Forntíðin. Mál. Uppgávur

Størrelse: px
Starte visningen fra side:

Download "Forntíðin. Mál. Uppgávur"

Transkript

1 Forntíðin 2 Evnið skal stimbra forvitnið hjá næmingunum og geva teimum førleika og hug at ímynda sær søguligu gongdina frá upphavi til dagin í dag, so hann við tíðarfatan síni gerst førur fyri betur at skilja øll onnur evni í tíðarskipan. Mál Niðanfyri standa nevnd evnini, sum næmingarnir skulu kenna til, tá ið hesin kapittulin er gjøgnumgingin: ferðin úr Afrika, broyttu lívsumstøðurnar, áarmentarnirnar við Evfrat, Tigris og Nílá og um hvussu valdið skeytst vestur gjøgnum Miðjarðarhav. Tað snúði seg um at hava tamarhaldið á knútapunktunum har handilsleiðirnar mill um Afrika, Asia og Evropa møttust. Brotið Langi vegur menniskjunnar fevnir um eitt sera langt tíð arskeið, og tað kann vera eitt hugskot at fáa kjak í flokkinum, hvussu næm ingarnir síggja fyri sær, hvussu tíðin gongur. Í bókini er ein tíðar ás ur á innaru síðuni á kápuni men um tíðarskeiðið frá frum menniskj unum til Cromagnon fólkini skuldi verið lýst á einum ási av somu stødd, ið var javnt vaksandi, so hevði ásurin fylt ein heilan vegg! Uppgávur Uppgávurnar í hesum partinum snúgva seg um broytingar í liviumstøð unum, menningina av skriftini, kraftina í listini og skapan ar gleðina. Umframt eina geopolitiska venjing verður eisini givið innlit í sam bandið millum fornfrøði og søgu. Hugsanin er at fáa samband mill um lærugreinirnar søga, føroyskt og list. Fagurbókmentir: Bech, Sussi: Nofret 1-11 Lindberg, Margreta: Det syngende træ Wiras saga Bókarøðin: Krýnikur úr døkkari fortíð eftir Michelle Paver: 2005 Úlvsbróðir 2006 Andafjakkari 2007 Sálarátari 2008 Útskot 2010 Níðingur 2011 Spøkilsisjagstrari Fakbókmentir: Adams, Simon: Arkæologi detektiver Bejder, Peter: Tutankhamon Chrisp, Peter: Det gamle egypten Dahl, Sverre: Rúnir í Føroyum. Varðin bind 22 Gifford; Clive: Mad og madlavning i det gamle egypten Hurdman, Lotte: Træd ind i Stenalderen Macdonald, Fiona: De gamle egyptere Macdonald, Fiona: Mumier og gravkamre Malan, John: Mumier Markvad, Jørgen: Runer og runesten Møller, Eva: Fønikerne Middelhavets købmænd Møller, Eva: Sumererne verdens ældste by-samfund Powell, Jillian og Buckingham, Matt: Den grusomme sandhed om egypterne Shutler, Jane: Egypten Filmar: SVF: Rúnatos

2 Langi vegur menniskjunnar 1. Hvar á jørðini búleikaðust fyrstu menniskjuni? Vís á staðið á kortinum. 2. Tekna inn hvønn veg menniskjuni fóru, tá ið tey spjaddust um jørðina alla. 3. Set eina linju millum frumheimin hjá menniskjum og heimið hjá tær. Kort: Stig Söderlind 2

3 historia HEIMSSØGA Neandertal-fólkini Set striku undir tey orð, tú ikki skilir og fá greiðu á, hvat orðini merkja. Brúka orðabøkur ella leita á netinum. Neandertalarar kallast eitt menniskjaslag, sum livdi fyri umleið árum síðani. Hesi menniskjuni vóru til í umleið ár. Leivd ir frá hesum menniskjum eru funnar í stóra økinum millum Miðasia og Vesturevropa. Í eini ár livdu neandertalarar síð um síð við Cromagnon fólkini, ið hoyra til sama menniskjabólk sum vit. Bæði neandertal og Cromagnon hava fingið navn eftir staðnum, har fyrstu leivdirnar av teimum eru funnar. Granskarar royna at finna útav, hvussu nær hesi bæði menniskjasløgini vóru ættaði. Sam bært einum ástøði blandaðu neander talarar seg saman við øðrum menniskjasløgum, og mentist modernaða menniskjan útfrá hesum. Eftir einum øðrum ástøði fingu tey menniskjuni, sum fluttu úr Afrika fyri umleið hundrað túsund árum síðani ræðið, og neandertalararnir doyðu út. Útfrá hesum er modernaða menniskjan valla í ætt við neandertalara fólkini. Tíðliga í tjúgundu øld varð eitt skallabein funnið av einum neandertalarabarni. Við teldu tøkni er eydnast at gera eitt 3D bílæt av barninum, ið er mett at vera umleið fýra ára gamalt. Hinvegin vita vit einki um húð ella hárlit. Vit vita heldur einki um, hvussu neand ertalarar livdu, bert at teir dugdu at brúka eld og helst brúktu dýrahúðir at verja seg móti kuld anum. Men hvussu sá teirra sosiala lív út? Dugdu tey at tosa? Heldur ikki tað vita vit, men gravfundir frá hesi tíðini geva ábendingar um, at tey vóru góð við hvørt annað, og at tey syrgdu síni deyðu. 1. Tvey ástøði um menningina av modernaðum menniskjum verða nevnd í tekstinum. Hvørji eru tey? 2. Hvør er munurin á menniskjum og djórum? Ger ein lista yvir munirnar, tú kanst koma í tankar um. Skipa so munirnar og set teir týdningarmestu ovast. Kjakist í flokkinum um úrslitið tit koma til! 3. Charles Darwin, ein enskur vísindamaður í 19. øld, var ein tann fyrsti, sum vildi vera við, at menniskjuni eru ment frá øðrum sløgum. Mong vóru sera kritisk móti ástøði hansara. Hvat mundi vera so stoytandi í læru hansara? Hvat heldur tú um menningarlæruna hjá Darwin? Skriva niður tankarnar hjá tær. 4. Vit eru enn tey somu menniskjuni sum fyri árum síðani, men vit liva eitt heilt annað lív, enn tey gjørdu. Hvørjar avleiðingar heldur tú, tað hevur fingið? Mynd: Mundi tað vera soleiðis eitt neandertalarabarn sá út? Foto: Ponce de León, M. og Zollikofer, Ch., Zürich. 3

4 Hellismálningar Har Cromagnon fólkini hava búð, t.d. í Lascaux í Fraklandi og í Altamira í Spania, hava tey funnið hellur við fantastiskum málning um av villum dýrum. Elstu málningarnir eru um ára gamlir. Í 1940 funnu fýra dreingir og hundur teirra málningarnar í helluni í Lascaux. Enn er ikki greitt, hví tey fyrr í tíðini fóru undir at mála myndirnar. Helst munnu myndir nar vísa tankar og trúgv hesi veiðifólkini hava gjørt sær um dýr og menniskju, tankar vit á okkara døgum hava ilt við at ímynda okkum. Kanska eru myndirnar gandamyndir, ið fremja skulu veiðieydnuna? Litirnir, tey hava brúkt, eru frá ymsum mine r alum, sum finnast í jørðini, t.d. hitt jarnríka okkurið. Úr okkuri fingu tey reyð, gul og brún litbrigdi; kol og mangan góvu ein svartan lit. Tey avmyndaðu dýrini eru fyrst og fremst hestar, bisonar, hjørtir og mamuttar, men eisini finnist ein ørgrynna av myndum av lodnum nashyrningum, holubjarnum og villum svín um. Tá ið veðurlagið broyttist í endanum av ístíðini, broyttust bæði lívskorini hjá fólkunum og teirra hugsanarháttur. Tá góvust tey eisini við hellismálningunum. 1. Hví heldur tú, tey málaðu myndir á veggirnar djúpt inni í hellum? 2. Kanska grafittimálarar nú á døgum kunnu samanberast við gomlu hellismálararnar? Ímynda tær, at tveir fornfrøðingar í framtíð ini fara niður í undirgrundar breytina í New York. Har eru veggirnir fullir av grafitti. Skriva ta samrøðuna, tú ímyndar tær, at fornfrøðingarnir hava! 3. Kanna myndina í bókini og ger so tín egna hellismálning. Heimssøga Fram til 1700 s. 12 Foto: Hugh Sitton/Stone/Getty Images 4

5 Mesopotamia 1. Skiftið frá at vera ferðandi veiðifólk og savnarar til at vera búfastir bøndur verður stundum nevnt neolitiska koll velt ingin, og rokna summir søgufrøðingar tíðina sum ta týdn ing armesta stigið í søguni. Hví heldur tú, at frøðingarnir halda tað? 2. Hvat samband er millum at vera búfastur jarðarbrúkari og tøkniligu menningina og ymsar uppfinningar? Tú mást gjarna gera tær eitt tankakort. 3. Ein av mest umrøddu uppfinningunum er at áseta og rinda skatt. Hvussu heldur tú, samfelagið hevði sæð út, um hetta hugskotið ongantíð var komið? Kjakast í flokkinum! 5

6 Skriftin Set striku undir tey orð, tú ikki skilir og fá greiðu á, hvat orðini merkja. Brúka orðabøkur ella leita á netinum. Ein vakran summarmorgun stóð tá ein ung lingur, sum æt Shulgi og elti saman leir í eini grúgvu fýra míl frá Tigris, men einans tríggjar míl frá Evfrat. Hann breiddi leirin út á ein bakka av bakha-træi og fekk eina slætta skivu, sum skjótt tornaði í sólini og harðnaði næstan nóg mikið til at kunna brúkast sum tigul, men meðan hon enn var nóg bleyt til tess, kvikaði hann sær at trýsta inn átta røð av kílaskrift eftir fyrimyndini, sum stóð fyri honum í eygnahædd uppi á einum ruflutum tamariski. Hann kýtti seg og hevði longu gjørt eina heila røð av leirtalv um lidnar, sum nú stóðu og tornaðu í heitu sólini. Shulgi var jú hin yngsti vaktmeistarin í Niðaru Løgsøgudeildini og hevði til uppgávu at skula margfalda allar lógirnar hjá yvirvøldini og fyriskipanirnar so hvørt tær vórðu samtyktar, viðgjørdar og boðaðar sum leiðbeining bæði fyri bygdarfólkinum og fyri beduinunum. Sum hann stendur og fæst við hetta ar beiði reistist norðantil eitt støvskýggj og undan støvskýnum kom nakað, ið var ólíkt øllum Shulgi nakrantíð hevði sæð; reiðfólk! Fólk á hestum, reiðfólk við svørðum og bogum og longum stoytistavum komu buldrandi fram og spjaddu ræðslu og undr an millum øll, ið náddu at hyggja upp. Tí hestar vóru ongantíð áður sæddir í landinum hjá sumerum, og uppaftur minni vóru reiðmenn sæddir her, og Shulgi gjørdist so bilsin, at hann stóð sum lamsligin uttan at leita sær skjól í leirhelluni. Reiðmenninir vóru skjótir at umgirða hann, og ein teirra bendi seg fram og roytti hann. Ræðslusligin og ørkymlaður var hann, meðan reiðmannaleiðarin hjálptur av tulki, ið dugdi hálvbrotið sumeriskt, avhoyrdi seg. Shulgi noyddist at vísa teimum, hvat hann hevði verið í holt við, og tað vakti ikki lítla undran og ekka, tá ið hann vísti teimum, at hann kláraði at skriva og lesa kílaskrift til fulnar. (Reiðmenninir vóru assýrar og leiðari teirra æt Usur-Ninurta) Úr Prátingarsama krutlið (De språksamma krumelurernar) eftir Alf Henrikson 1. Hvat heldur tú síðani hendi? Skriva eitt fram hald, har tú fortelur, hvat Shulgi slapp við til. 2. Sambært hesari søgnini var hesturin leingi eitt ókent dýr millum sumerar. Lýs søguna hjá hestinum. 3. Søgan um Shulgi vísir, at hertøkur og kríggj vóru vanlig longu tíðliga í søguni. Nær held ur tú, fólk byrjaðu at kríggjast og leggja krígsætlanir? Hví? Skriva niður tankar tínar? Orðfrágreiðing: ein tamariskur er eitt slag av runni Mynd: Kílaskrift-talva frá uml f.kr. Foto: de Luca, Araldo/Corbis/Scanpix 6

7 Nilá HEIMSSØGA Egyptaland, Ísrael og Fønikia Her sært tú, hvussu víða Persaríkið rakk uml. ár 500 f.kr. Hvar vóru Egyptaland, Ísrael og Fønikia? Set frámerki á kortið og skriva nøkur lyklaorð fyri hvørt øki. Ger so eitt tankakort um eitt av londunum. Svartahav Kaspiskahav Tigris MIÐJARÐARHAV Evfrat Indus INDIAHAV Kort: Stig Söderlind 7

8 Hieroglyffurnar Hieroglyffurnar eru upprunaliga ein myndaskrift, eitt so kallað piktogramm. Myndaskriftin mentist so líðandi til stavilsistekn, og komu nøkur teirra við tíðini at standa fyri støk ljóð. Jean-François Champollion var hin fyrsti, sum megnaði at týða egyptisku hieroglyffskriftina. Dømi um bókstavahieroglyffur: Mynd: Michal Hudak 1. Dugir tú at skriva navn títt við hieroglyffum? 2. Skriva fimm ymisk orð við hieroglyffum. 3. Hvussu eitur skúlin hjá tær? Hvat hevði tær dámt, um forbókstavirnir í navninum á skúlanum vóru skrivaðir við hieroglyffum? Gev grund fyri svarinum. Tekna/skriva neyðugu hieroglyffurnar. 8

9 Helluristingar Á myndini í neðra er ein helluristing. Vit vita ikki, hví fólk í Norður londum skaptu hesi vøkru listaverkini. Kanska var meiningin at betra veiðieydnuna, ella kanska vóru hetta boð til gudarnar? Mynd evnini kundu vera menniskju, dýr, bátar ella vognar. 1. Hvat vísir helluristingin? Skriva eina frásøgn um tað, ið fer fram. 2. Hvat dámar tær at fáast við í frítíðini? Ger eina helluristing, ið vísir tíni yndis ítriv. Royn at herma eftir stílinum á myndini. Mynd: ATA. 9

10 Skatmossen Set striku undir tey orð, tú ikki skilir og fá greiðu á, hvat orðini merkja. Brúka orðabøkur ella leita á netinum. Elsta kenda búplássið í Svøríki er í Veddige. Fornfrøðiligir fund ir, sum vórðu grivnir fram úr eini mýru í ár 2000 hava víst seg at vera umleið ára gamlir. Garvingarknívar, borar, ørvaroddar og onnur amboð úr tinnusteini, sum vóru funnin í Skatmossen í Veddige í Norðurhallandi, eru elstu slóðir, funnar eru av búplássum í Svøríki. Tað vísa lýsingarnar av tilfarinum, sum er grivið fram har. Fyrstu fundirnir á staðnum vórðu gjørdir longu í 1980 unum, tá ið ein fimm ára gamal drongur fór sína kanningarferð í einum nýveltum akuri. Hann var í dagpleigu hjá Bengt Bengtsson og konuni; og tá ið Bengt, sum var fornfrøðingur, sá tað drongurin hevði funnið í jørðini, visti hann, at tað mundi fara at loysa seg at leita víðari á staðnum. Tað smádrongurin hevði funnið var tinnuleivdir frá tilvirkan av amboðum. Hevði bóndin ikki havt pløgt jørðina, og drongurin ikki hevði funnið tinnuna, so hevði kanska búplássið framvegis ikki verið funnið, segði Bengt Bengtsson. Sum árini gingu fann hann støðugt fleiri tinnur, og í mai mánaði ár 2000 var ein fornfrøðiligur grevstur gjørdur á staðnum. Leivdirnar, sum vórðu grivnar fram, vístu greið spor av at hava ligið á bloti bæði í salt- og feskvatni. Sambært jarðfrøðing um, ið hava kannað tinnuna, er hetta greitt tekin um, at tær eru umleið ára gamlar. Tá búðu veiðifólk og savnarar á støðum, sum innlands ís urin, ið hvussu er lutvíst, var horvin frá. Skatmossen var ein av fleiri oyggjum í einum skergarðslandslagi. Tað er mikið møguligt, at fólkini, sum búðu har, ikki dvøldu leingi á sama stað, tí tey fluttu aftaná fiskinum, og eftir hvussu veiðidýrini gingu. Men í Skatmossen høvdu tey um ikki annað stundir at leggja nóg nógv spor eftir seg, at fornfrøðingar á okkara døgum kláraðu at uppdaga tey. Jøkulssandur, ið sambært jarðfrøðiligum rannsóknum er umleið ára gamal, er funnin á staðnum. Kelda: Lovisa Vasell, Göteborgs-Posten Hvussu bar tað til, at jarðfrøðingar fingu áhuga fyri Skatmossen? 2. Hvørjir fundir eru gjørdir á staðnum? 3. Hvussu sóu náttúran og landslagið út í Veddige í Norðurhallandi fyri árum síðani? 4. Hvussu livdu fólkini, sum tá í tíðini búleikaðust um hesar leiðir? 10

11 Steðgistaður: Kavamaðurin 1. Fortel hvørjar umstøðurnar vóru, ið gjørdu, at kavamaðurin (Øtzi) varð funnin. Grundbok 1 s Stadiebok s Hví er Øtzi so væl varðveittur? 3. Øtzi hevur stórar nøgdir av eitrandi arsenikki í kroppinum. Hví hevði hann tað? 4. Hvør man frágreiðingin vera til tattoveringarnar hjá Øtzi? Hví heldur tú, at so mong munnu fáa sær tattoveringar nú á døgum? 5. Ímynda tær, at tú ert á ferð í fjøllunum við vinfólki. Knappliga síggja tit eina hond, sum stingur fram úr kavanum. Tit hava funnið eina mumiu! Skriva eina frágreiðing um hendingina. Brúka hugflogið! Hvat navn høvdu tit givið tykkara mumiu? 11

12 Hvør eri eg? Vel rætta svarið og set bókstavin í rútin. 1. Um eg ikki var, so hevði tú kanska ikki tosað um vikur við sjey døgum, ella at sirkulin hevur 360 stig. Harumframt skalt tú vita, at eg eri óførur stjørnuskoðari. 2. Eg havi eitt fantastiskt bókasavn! Í tí eru túsundatals leirtalvur. 3. Ikki havi eg stundir at fortelja um meg sjálvan! Sært tú ikki, at eg eri upptikin av at bókføra allar skattirnar? Vilt tú sleppa at skriva fyri meg? Tað rokni eg ikki við, at tú megnar. Mínir bókstavir síggja heilt øðrvísi út enn tínir. 4. Eg havi heldur ikki stundir at tosa við teg! Vit mugu finna ein svartan tarv við einum serligum merki í pannuni. Hevur tú sæð nakran, sum líkist? 5. Vit eru her fyri at keypa tin. Síðani skulu vit til Kýpros at keypa kopar. Dagurin hevur verið drúgvur, nú má eg fara og leggja meg. 6. Eg havi fingið lógina frá Gudi Tíggju Guds boð. A. Ein egyptiskur skrivari Á. Móses B. Assurbanipal kongur D. Ein pýramiduarbeiðari í Giza Ð. Hammurabi kongur E. Ein fønikiskur sjómaður F. Øtzi kavamaðurin G. Ein sumeriskur prestur H. Ein egyptiskur prestur I. Ein útlendskur hand verkari í Norðurlondum 7. Ætlanin er, at eg skal læra hesi fólkini at smíða vápn og prýði úr bronsu. Spennandi verður at síggja, hvussu tað man ganga. 8. Eg eri ár. Er tað meiningin, at eg skal verða lagdur í eitt glasbúr, so fólk fær hugt at mær? Tað er líka við, at mær leingist at sleppa niðan aftur í fjøllini. 9. Sum dagurin er langur! Eg eri fullkomiliga fyrilagstur. Men vit skulu jú liva upp til navnið Hitt sterka liðið. 10. Segði nakar nakað um Tíggju Guds boð? Kom og hygg eftir mínari lóg, hon hevur 282 greinar. 12

13 Minnist tú? 1. Fyri árum síðani fóru menniskju frá Eldru steinøldtil: 1) Ídnaðarsamfelag X) Yngru steinøld 2) Bóndasteinøld 1 X 2 2. Hvat navn fekk frummenniskjan, sum varð funnin í Etiopia í 1974? 1) Jane X) Mary 2) Lucy 3. Hvat kallast menniskjaslagið, sum vit hoyra til? 1) Undanmenniskjan X) Cromagnon 2) Fornaldarmenniskjan 4. Hvat var fyrsta stóra dýrið í Norðurlondum, aftaná at innlandsísurin tók seg aftur? 1) Reindýrið X) Elgurin 2) Bjørnin 5. Hvussu leingi vardi bábylonska útlegdin? 1) 25 ár X) 100 ár 2) 60 ár 6. Hvussu eita vísindini at gera landmátingar? 1) Geometri X) Geologi 2) Geografi 7. Hvussu eita egyptisku skriftteknini? 1) Hieroglyffur X) Rúnir 2) Arabeskur 8. Hvussu kallaðist egyptiski kongurin? 1) Keisari X) Faðir 2) Farao 9. Hvussu eitur lívgevandi áin í Egyptalandi? 1) Huang He X) Nilá 2) Tigris 10. Hvat brúktu sumerar at skriva kílaskrift sína við? 1) Eitt rørgras X) Eina fjøður 2) Eitt krukkuskar 13

14 LÆRARAVEGLEIÐING Svar: Hvør eri eg? 1. G 2. B 3. A 4. H 5. E 6. Á 7. I 8. F 9. D 10. Ð Svar: Minnist tú? 1 X 2 1. X X X

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál. Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál. Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess DANSK 1-2-3 Danskt sum 1., 2. og 3. mál Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess Hvat halda næmingar um danskt og undirvísing í donskum / Hvad synes eleverne om dansk og danskundervisningen? Spørgeskemaundersøgelse

Læs mere

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál DANSK 1-2-3 Danskt sum 1., 2. og 3. mál Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess Hvat halda føroyskir lærarar um danskt og undirvísing í donskum / Hvad synes færøske lærere om dansk og danskundervisningen?

Læs mere

- Webundersøgelse, Fólkaskúlaráðið, oktober 2013. Fólkaskúlaráðið. Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på

- Webundersøgelse, Fólkaskúlaráðið, oktober 2013. Fólkaskúlaráðið. Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på Fólkaskúlaráðið Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på og erfaringer med ressourcentre på skolerne 2013 Udarbejdet af Scharling Research for bestyrelsen i Fólkaskúlaráðið, oktober 2013 Scharling.dk

Læs mere

Fólkaheilsukanning Hvussu hevur tú tað 2015

Fólkaheilsukanning Hvussu hevur tú tað 2015 Fólkaheilsukanning 2015 - Hvussu hevur tú tað 2015 Fólkaheilsuráðið juni 2016 Sálarheilsa Sálarheilsa Perceived Stress Scale Í hesi kanningini verður PSS (Perceived Stress Scale) nýtt fyri at meta um sálarheilsuna

Læs mere

Grikkar Evropeisku lærararnir

Grikkar Evropeisku lærararnir Grikkar Evropeisku lærararnir 3 Í lærugreinini søga í skúlanum verður hugt at menniskjanum og samfelagnum bæði frá politiskum, sosialum, búskaparligum, mentanarligum og hugmyndafrøðiligum sjónarhornum.

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 3 mai. 2010 63. árið Kirkjuligt Missiónsblað KALLIÐ Legg tú á Harran tínar leiðir, og lít tú á hann, hann man tað útinna. Sálm. 37,5. Kallið, til at arbeiða í Guds ríki, er Guds gáva til hvørt einstakt

Læs mere

Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar

Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar OLE WICH 2013 Javnaðarflokkurin á Fólkatingi Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir

Læs mere

Sigurd fekk medalju fyri sigling í krígstíð í Íslandi

Sigurd fekk medalju fyri sigling í krígstíð í Íslandi Síða 4 Ættarliðsskifti í Realinum Nr. 344 Hósdagur 9. juni 2005 12,- Mynd: Kristian M. Petersen Síða 9 Sigurd fekk medalju fyri sigling í krígstíð í Íslandi Sigurd Joensen sum umboðar FF við Johannu, fekk

Læs mere

U l m æruna hjá Darwini í undirvísin i gi i

U l m æruna hjá Darwini í undirvísin i gi i Um læruna hjá Darwini i í undirvísingini i i i Eyðfinn Magnussen 12. februar 2009 Fróðskaparsetur Føroya Hvat er evolutión? Evolutión er læran um, hvussu livandi verur broytst í náttúruni. 2 Nakrir av

Læs mere

HEVUR JESUS NAKRAN TÝDNING

HEVUR JESUS NAKRAN TÝDNING HEVUR JESUS NAKRAN TÝDNING - nú talan um synd og frelsu er avoldað? Missiónsvika á Argjum 13. februar 2016 Alt hevur hann gjørt lagaligt til sína tíð, eisini ævina hevur hann lagt í hjørtu teirra, men

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 6 sep. 2011 64. árið Kirkjuligt Missiónsblað BØNARLÍV Í Jóh. 2,1-11 læra vit nógv av Mariu um bøn. Maria fer beina leið til Jesus við síni bøn. Hon sigur Jesusi frá, hvat vertsfamiljuni tørvar. Bøn

Læs mere

Miðøld. Mál. Uppgávur

Miðøld. Mál. Uppgávur Miðøld 5 Skúlin skal í søguundirvísingini seta sær sum mál, at næmingurin mennir førleikan at greina mynstur, menningarleiðir og broyt ingar tilgongdir. Mál Eftir at hava gingið gjøgnum miðaldarpartin,

Læs mere

Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin. Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014

Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin. Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014 Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014 Integration og eksklusión versus inklusión Integratión merkir at vera so normalur, sum gjørligt,

Læs mere

Ein livandi Kristus til ein doyggjandi heim

Ein livandi Kristus til ein doyggjandi heim Ein livandi Kristus til ein doyggjandi heim John Drane prestur segði frá lívssøgu síni í God Channel. Hann kom ikki úr einum kristnum heimi. John var nógv hjá abba sínum, sum heldur ikki var trúgvandi.

Læs mere

Søgan um "Vesturhavið Blíða"

Søgan um Vesturhavið Blíða Síða 28 Nr. 284 Hósdagur 9. januar 2003 10,- Føroysk kirkjufólk á Filippinunum Grønlandstíðindi frá Kára við Stein Síða 23 Gamlar Havnarmyndir Carolina Heinesen greiðir m.a. frá, tá gamli Rubek, f. 1816,

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 7 nov. 2012 65. árið Kirkjuligt Missiónsblað VIT MUGU HAVA HEILAGA ANDAN. Uttan halgan skal eingin síggja Harran! (Heb.12,14) Tað er ein sannleiki, sum nógv kenna, men sum fá veruliga hugsa um. Hvussu

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 3 mai. 2012 65. árið Kirkjuligt Missiónsblað BÍBLIAN - KELDA TIL LJÓS OG FATAN Tá ið Sun Yat-sen, sum var ein politiskur oddamaður í Kina í 1912, einaferð varð spurdur, nær stóra vekingin í Kina byrjaði,

Læs mere

Vegleiðing at dagføra GPS-kort. Tillukku við tínum keypi av GPS-korti. Kortið fevnir um Føroyar.

Vegleiðing at dagføra GPS-kort. Tillukku við tínum keypi av GPS-korti. Kortið fevnir um Føroyar. Vegleiðing at dagføra GPS-kort Sp/f Munin Dalavegur 47 FO-100 Tórshavn Føroyar www.munin.fo E-mail : munin@munin.fo Tlf. +298 35 36 00 Fax +298 35 36 01 Tórshavn tann 25-11-2013 Tillukku við tínum keypi

Læs mere

forbindelse med både ansættelse, ændring i ansættelsesforhold og ved afslutning af ansættelsen.

forbindelse med både ansættelse, ændring i ansættelsesforhold og ved afslutning af ansættelsen. Retningslinie Uppgávu- og ábyrgdarbýtið ímillum og eindir/leiðarar á LS, tá ið byrjar í starvi, broytir starv innanhýsis ella fer úr starvi / Opgave og ansvarsfordeling mellem medarbejdere og afdelinger

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 7 nov. 2010 63. árið Kirkjuligt Missiónsblað BJARGING FYRI ØLL! Men alt er frá Guði, sum gjørdi okkum sáttar við seg við Kristi og gav okkum sáttargerðartænastuna, við tað at tað var Guð, sum í Kristi

Læs mere

Aftaná eitt misálit Tað hjálpir einki bert at seta nýggjan landsstýrismann. Tað, sum ræður um, er ein fullkomilig umskipan av fiskimálaráðnum.

Aftaná eitt misálit Tað hjálpir einki bert at seta nýggjan landsstýrismann. Tað, sum ræður um, er ein fullkomilig umskipan av fiskimálaráðnum. Nr. 285 Hósdagur 23. januar 2003 10,- Grønlandstíðindi frá Kára við Stein Síða 23 Síða 21 Aftaná eitt misálit Tað hjálpir einki bert at seta nýggjan landsstýrismann. Tað, sum ræður um, er ein fullkomilig

Læs mere

Námsferð 25. mai 5. juni 2017

Námsferð 25. mai 5. juni 2017 Námsferð 25. mai 5. juni 2017 7.a og b - Sankta Frans skúli Foreldrakunning 10. mai 2017 ...líka... Tá ið vit eru liðug í kvøld stápla stólarnar saman Hettutroyggjur við prent Myndatøka juni floksmynd

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 7 nov. 2009 62. árið Kirkjuligt Missiónsblað VIT BOÐA KRIST KROSSFESTAN 1. Kor. 1,19-25: Tí at skrivað stendur:»eg vil týna vísdóm vísmanna, og vitsku vitra manna vil eg gera til einkis.«hvar er vísmaður?

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 7 nov. 2008 61. árið Kirkjuligt Missiónsblað JESU FANGI Tá ið Jesus varð tikin uttanfyri Getsemane urtagarð, varð hann førdur til Kaifas, høvuðsprestin, har hann varð avhoyrdur og sat fangi nakrar

Læs mere

Minni um teir, sum sigldu og teir, sum doyðu undir krígnum Ferðin hjá "Johannu" eitt rimmar tiltak.

Minni um teir, sum sigldu og teir, sum doyðu undir krígnum Ferðin hjá Johannu eitt rimmar tiltak. Nr. 345 Hósdagur 23. juni 2005 12,- Baksíðan Býráðslimurin av Trøllanesi Signhild kann greiða frá hvussu útoyggjapoltikkur kann skipast. Mynd: Kristian M. Petersen Minni um teir, sum sigldu og teir, sum

Læs mere

Klagan til TV2. Hvat kann gerast. Upplivdi illveðrið í 1932, ið beindi fyri formanni í FF. Livravirkið á Eiði. Frásøgn hjá Andrew Godtfred:

Klagan til TV2. Hvat kann gerast. Upplivdi illveðrið í 1932, ið beindi fyri formanni í FF. Livravirkið á Eiði. Frásøgn hjá Andrew Godtfred: Nr. 323 Hósdagur 5. august 2004 12,- Síða 13 Livravirkið á Eiði Nýggj roynd at gagnnýta livrina og aðrar úrdráttir. Vit hava verið á Eiði og hitt virkisleiðaran Onnu Katrin Matras. Síða 9 Frásøgn hjá Andrew

Læs mere

Jesus biður fyri okkum Joh. 17, 20-26

Jesus biður fyri okkum Joh. 17, 20-26 Jesus biður fyri okkum Joh. 17, 20-26 Joh. 17, 20-26 er endin á høvuðsprestabønini, sum Jesus bað áðrenn hann var tikin til fanga. Her biður Jesus fyri øllum komandi trúgvandi, teimum sum skulu koma til

Læs mere

Enok maðurin, sum gekk við Gudi

Enok maðurin, sum gekk við Gudi Enok maðurin, sum gekk við Gudi Les ið: 1. Mós. 5,21-23; Hebr. 11,5-6 og Judas v. 1-1 UMSKIFTIÐ. Bíbliulesarar kenna helst Enok sum mannin, sum gekk saman við Gudi. Eitt umskifti kom í lívi Enoks, tá ið

Læs mere

Marius smíðar bát í Íslandi. ALS 10 ár. Stór frásøgn frá hátíðarhaldinum. Bjarni Djurholm má steðgast og fiskimonnum má vera tryggjað rættindi.

Marius smíðar bát í Íslandi. ALS 10 ár. Stór frásøgn frá hátíðarhaldinum. Bjarni Djurholm má steðgast og fiskimonnum má vera tryggjað rættindi. Síða 13 Nr. 282 Hósdagur 5. desember 2002 10,- Marius smíðar bát í Íslandi Sigurd Simonsen, seinasti partur. Síða 25 Fiskivunnuráðið: Noktað er fiskimanni sjúkraviðbót hóast lógarheimild Rættarstøðan hjá

Læs mere

hægri útbúgvingartilboð í Føroyum er tað møguligt? Hannes Gislason, Prof., PhD., deildarleiðari, Náttúruvísindadeildin

hægri útbúgvingartilboð í Føroyum er tað møguligt? Hannes Gislason, Prof., PhD., deildarleiðari, Náttúruvísindadeildin Fjarlestur frá topp 16 til 100 hægri útbúgvingartilboð í Føroyum er tað møguligt? g Hannes Gislason, Prof., PhD., deildarleiðari, Náttúruvísindadeildin 2 Fjarlestur skrá Evnir Hví fjarlestur? Fjarlestur

Læs mere

Givið út 30. mai 2017

Givið út 30. mai 2017 Givið út 30. mai 2017 Nr. 78 29. mai 2017 Løgtingslóg um broyting í ymiskum lógum á málsøkinum persóns-, húsfólka- og arvarætti (Myndugleikaflyting vegna yvirtøku av málsøkinum) Samsvarandi samtykt Løgtingsins

Læs mere

http://www.vagaportal.fo/pages/posts/oli-jacobsen-skrivar-v...

http://www.vagaportal.fo/pages/posts/oli-jacobsen-skrivar-v... Page 1 of 9 Mikudagur 26 August 2009 Set til startsíðu Lýsingar Um Vágaportalin Forsíða Vágatíðindi Onnur tíðindi Mentan Bøkur Tónleikur Framsýningar Ólavur í Beiti tann 06/06/2009 kl. 18:34 Tiltøk Krutl

Læs mere

Mette stange Lena Jacobsen týddi OG FLOKSLEIÐSLA

Mette stange Lena Jacobsen týddi OG FLOKSLEIÐSLA Mette stange Lena Jacobsen týddi SAMVIRKISNÁM OG FLOKSLEIÐSLA Mette stange Lena Jacobsen týddi SAMVIRKISNÁM OG FLOKSLEIÐSLA Mette Stange Lena Jacobsen hevur týtt og lagað til føroyskt Upprunaheiti: COOPERATIVE

Læs mere

Sagsøgeren har påstået sagsøgte dømt til at betale 42.400 kr. med procesrente fra den 26. juni 2003, subsidiært procesrente fra den 22. april 2008.

Sagsøgeren har påstået sagsøgte dømt til at betale 42.400 kr. med procesrente fra den 26. juni 2003, subsidiært procesrente fra den 22. april 2008. DOM Afsagt af retten på Færøeme den 22. december 2009 IBS-sagnr. 619/2008 Skatteyderi mod TAKS Samandráttur: Málið snýr seg partvís um saksøkjarin, skattagjaldari, skal rinda mvg av skrásetingaravgjaldinum

Læs mere

Lívsins salt. Vit hava verið í Ibiza og hugt eftir saltframleiðslu. Neptun og Nólsoy

Lívsins salt. Vit hava verið í Ibiza og hugt eftir saltframleiðslu. Neptun og Nólsoy Nr. 327 Hósdagur 7. oktober 2004 12,- Síða 5 Frá fiskimanni til trúboðara Herfyri kom út bókin "Johan" við undirheitinum "Fra fisker til menneskefisker". Lívsins salt Vit hava verið í Ibiza og hugt eftir

Læs mere

samstarva At veita eina um skjóta hettar og tilboðið: goða viðgerð til kvinnur við burðartunglyndi.

samstarva At veita eina um skjóta hettar og tilboðið: goða viðgerð til kvinnur við burðartunglyndi. November 2014 Til allar kommunulæknar í Føroyum November 2014 Til allar kommunulæknar í Føroyum Viðgerðartilboð til kvinnur við burðartunglyndi - Psykiatriski depilin Viðgerðartilboð Hettar brævið er til

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 2 15. mars 2008 61. árið Kirkjuligt Missiónsblað TAÐ ER FULLGJØRT Jákup Olsen skrivar Øðrum hevur hann hjálpt, men sær sjálvum er hann ikki mentur at hjálpa! - Matt. 27,42 a. Tit leita eftir Jesusi

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 8 des. 2010 63. árið Kirkjuligt Missiónsblað JESUS OG JÓLAMAÐURIN Ert tú veruliga til reiðar at halda jól? Um hesa tiðina er so nógv um at vera, at vit nærum ikki hava stundir til at hugsa um hví vit

Læs mere

Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding av elinnleggjarum

Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding av elinnleggjarum Johan Dahl, landsstýrismaður Vinnumálaráðið Tinganes FO-100 Tórshavn Landsstýrismálanevndin 01.06.2011 j. nr. 7.13-20110005 14 bl/td (at tilskila í svari) Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding

Læs mere

Men størstur av teimum er kærleikin

Men størstur av teimum er kærleikin Nr. 19 17. september 2017 77. árg. Men størstur av teimum er kærleikin 1. Kor.13,13. Vitið góðtekur ikki altíð arbeiðsháttin hjá kærleikanum, og lívið hevði verið fátækt, um tað var soleiðis. Meðan vitið

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 4 juni. 2011 64. árið Kirkjuligt Missiónsblað SAMKOMAN Í EFESUS Brævið til Efesus (Opb. 2,1-8) Eingin samkoma er fullkomin her á jørð. Jú, í trúnni eru vit fullkomin fyri Gudi, men her á jørð eru vit

Læs mere

Leiðarans leiklutur og samskifti í broytingum

Leiðarans leiklutur og samskifti í broytingum Leiðarans leiklutur og samskifti í broytingum Jóhannes Miðskarð og Marin G. Petersen Samandráttur Í hesi grein greiða vit frá týdninginum, ið leiðarans leiklutur og samskifti hava undir broytingum. Vit

Læs mere

Nám. Í læraravegleiðingini er eisini eyka tilfar, sum nýtast kann, um tíð er til tess og uppgávur eru á

Nám. Í læraravegleiðingini er eisini eyka tilfar, sum nýtast kann, um tíð er til tess og uppgávur eru á Formæli Kristni 8 er grundbók í kristni til 8. flokk. Kristni 8 byrjar við ymsum skapanarsøgum og viðger síðani Ápostlasøguna við serligum atliti til Pætur og Paulus. Ein kapittul er um einglar í skriftini,

Læs mere

Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging

Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging Galdandi frá 1. januar 2016 1. Tryggingaravtalan Stk. 1. Tryggingaravtalan fevnir um bólkalívsavtaluna og niðanfyristandandi tryggingartreytir. Stk. 2. Frávik til

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Kirkjuligt Missiónsblað JESUS-KONGURIN Hetta er søgan um ein kong. Vit skulu lesa úr Jóhannesar evangelium 18. kapittul, frá 33. versi: Pilatus fór tá inn aftur í borgina, og hann kallaði Jesus til sín

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 3 mai. 2011 64. árið Kirkjuligt Missiónsblað SAMKOMAN Í EFESUS OKKARA SAMKOMA Eingin samkoma er fullkomin her á jørð. Jú, í trúnni eru vit fullkomin fyri Gudi, men her á jørð eru vit syndarar og samkoman

Læs mere

Føroyskur saltfiskur væl umtóktur

Føroyskur saltfiskur væl umtóktur Nr. 294 Hósdagur 29. mai 2003 10,- Landsstýrið hevur sjálvt gjørt fakfeløg til mótpartar Síða 24 Søgan hjá Onnu Evensen Anna Evensen var dóttir tann fyrsta Lützen í Føroyum og mamma A. C. Evensen, sum

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 6 sep. 2009 62. árið Kirkjuligt Missiónsblað DÁRSKAPUR OG VISDÓMUR 1. Kor. 1: v18 Tí at væl er orð krossins dárskapur fyri teimum, sum glatast, men fyri okkum, sum verða frelstir, er tað Guðs kraft.

Læs mere

HAVNAR KLUBBI oktober Endurgerð av minnisriti Havnar Klubba, tá hann fylti 160 ár.

HAVNAR KLUBBI oktober Endurgerð av minnisriti Havnar Klubba, tá hann fylti 160 ár. Endurgerð av minnisriti Havnar Klubba, tá hann fylti 160 ár. 1799-27.oktober - 1959 Teksturin er ikki broyttur, bert innskannaður, og tí sæst týðiliga, hvussu nógv skriftmálið hevur broytt seg tey seinastu

Læs mere

1600 Kongalig einaveldistíð

1600 Kongalig einaveldistíð 1600 Kongalig einaveldistíð 7 Upprunin og sambandið millum ymsu atburðirnar og tilburðirnar. Mál Eftir at hava viðgjørt kapittulin skulu næmingarnir kenna til stýrishátt in í fremstu evropeisku londunum

Læs mere

Ríki maður og Lázarus Luk. 16,

Ríki maður og Lázarus Luk. 16, Ríki maður og Lázarus Luk. 16, 19-31. Úr bókini Sæden er Guds ord Øivind Andersen Hetta líknilsið er av øðrum slag, enn tað vit hava sæð í Matteus Evangeliinum. Her snýr tað seg ikki um myndatalu ella

Læs mere

Under arbejdet med kunngerðini er jeg blevet opmærksom på 3 områder i loven, jeg mener vi lige må tænke over en ekstra gang.

Under arbejdet med kunngerðini er jeg blevet opmærksom på 3 områder i loven, jeg mener vi lige må tænke over en ekstra gang. Fra: Gunnvør Eriksen [mailto:gunnvore@mmr.fo] Sendt: 9. februar 2006 14.23 Til: Løgtingið Emne: Skjal 5 HEILSUSKÚLIN - Ummæli av lógaruppskoti Vinarliga / Best Regards Gunnvør Eriksen Mentamálaráðið ':

Læs mere

Hvussu kunnu vit liva sum trúgvandi í dag?

Hvussu kunnu vit liva sum trúgvandi í dag? Hvussu kunnu vit liva sum trúgvandi í dag? Titus 2, 11-15 Haldi tað er eitt sindur ymiskt, hvat hugtekur okkum mest, tá ið tað kemur til evni í sambandi við okkara kristinlív. Summum dáma væl bíbliusøgurnar

Læs mere

Nr. 1 Februar árið

Nr. 1 Februar árið Fællesbrev nr. 126 Arusha 20/1 2016 1 Når vi det? Julebrevet blev skrevet, men sidste fællesbrev har et stykke tid på bagen. I december tog vi endnu en tur til YMCA i Moshi, hvor vi tog en uges ferie.

Læs mere

Nr. 321 Hósdagur 8. juli ,- Síða 17 Baksíðan Síða 9 Síða 3 Síða 14

Nr. 321 Hósdagur 8. juli ,- Síða 17 Baksíðan Síða 9 Síða 3 Síða 14 Nr. 321 Hósdagur 8. juli 2004 12,- Karl verið í sama reiðarí í 25 ár Góð reiðarí fáa fiskimenn at støðast. Karl hevur verið í sama reiðarí í 25 ár. Síða 17 Lorraine við skriviborðið hjá Anettu, har hon

Læs mere

Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland

Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland I medfør af 41, stk. 6, 53, stk. 8, og 95 i lov om arbejdsløshedsforsikring m.v., jf. lovbekendtgørelse

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 6 sep. 2012 65. árið Kirkjuligt Missiónsblað SAMFELAG VIÐ GUD 1. Jóh.1,6-10: Um vit siga, at vit hava samfelag við hann, og ganga í myrkrinum, tá ljúgva vit og gera ikki sannleikan. Men um vit ganga

Læs mere

Frágreiðing frá Skipaeftirlitinum um arbeiðsvanlukku umborð á Túgvusteini hin

Frágreiðing frá Skipaeftirlitinum um arbeiðsvanlukku umborð á Túgvusteini hin P/f Thor Bryggjan 5 420 Hósvík Miðvágur, hin 05. januar 2009 Mál: 20030532-33 Viðgjørt: JS Frágreiðing frá Skipaeftirlitinum um arbeiðsvanlukku umborð á Túgvusteini hin 19-09-2008 Frágreiðing um skipið

Læs mere

Heilsulýsing Landslæknans 2011-2012

Heilsulýsing Landslæknans 2011-2012 ISSN 0903-7772 Heilsulýsing Landslæknans 2011-2012 Greitt úr hondum hevur Høgni Debes Joensen, landslækni Medical Report 2011-2012 from the Chief Medical Officer in the Faroes 1 2 Heilsulýsing Landslæknans

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 3 mai. 2009 62. árið Kirkjuligt Missiónsblað BRYNJA RÆTTLÆTISINS Verið klæddir í brynju rættlætisins Í Ef. 6,14 lesa vit um brynju rættlætisins. Hesi bæði smáu orðini hava nógv at siga okkum. Bæði

Læs mere

Børn og doyving Kunning til foreldur

Børn og doyving Kunning til foreldur Børn og doyving Kunning til foreldur Børn og doyving Barnið skal fasta við skurðviðgerð.. 3 Kravið viðikjandi at fasta er Áðrenn skurðviðgerð 4 Hvør er leikluturin hjá foreldrunum? Doyving Ymiskir hættir

Læs mere

Veiðihagtøl fyri lunda Bergur Olsen og Jens-Kjeld Jensen

Veiðihagtøl fyri lunda Bergur Olsen og Jens-Kjeld Jensen Veiðihagtøl fyri lunda Bergur Olsen og Jens-Kjeld Jensen 24.1.211 Her verður ein samandráttur skrivaður um tey fyrstu úrslitini. Seinni verður ein nágreinilig frágreiðing skrivað sum eitt smárit til Havstovuna,

Læs mere

Fakturablanketten virk.dk. 1 At senda elektroniskar rokningar við fakturablanketten

Fakturablanketten virk.dk. 1 At senda elektroniskar rokningar við fakturablanketten Fakturablanketten virk.dk At senda fakturar til kunda via teldupost, har fakturin er viðheftur sum t.d. pdf-skjal, er ikki at rokna sum elektronisk fakturering (talgild fakturering) í hesum sambandi. Talgild

Læs mere

9.1 Windows Vista Windows Windows XP Privatkundar sum fáa trupulleika við sperring av Netbanka... 12

9.1 Windows Vista Windows Windows XP Privatkundar sum fáa trupulleika við sperring av Netbanka... 12 Brúkaravegleiðing Innihaldsyvirlit Hvussu kemur tú inn á netbankan?... 2 Java trupulleiki... 3 Lykil liggur ikki á røttum stað... 4 6 Hvussu loggar tú teg á netbankan?... 7 Hvussu gert tú Hópflytingar?...

Læs mere

Út á Fagranes, har 7 fiskimenn mistu lívið í 1927

Út á Fagranes, har 7 fiskimenn mistu lívið í 1927 Nr. 300 Hósdagur 28. august 2003 10,- Síða 10 Umboð fyri Tony Blair á fund við FF Tony Blair hevur sovæl Irak sum føroysku fiskidagaskipanina í huganum. Seinasti partur av Onnu Evensen Út á Fagranes, har

Læs mere

Nr mai árg. Lívsins orð

Nr mai árg. Lívsins orð Nr. 9 4. mai 2014 74. árg. Lívsins orð Farið og stígið fram og talið í halgidóminum øll hesi lívsins orð til fólkið! Áps. 5,20. Lívsins orð styttri kann tað ikki sigast, hvat ið kristindómur er. Lívsins

Læs mere

Tine Færch Jørgensen. Til Trafik- og Byggestyrelsen

Tine Færch Jørgensen. Til Trafik- og Byggestyrelsen Tine Færch Jørgensen Fra: Per Henriksen Sendt: 16. november 2015 13:22 Til: ts Info Cc: Tine Færch Jørgensen Emne: Bemærkninger til udkast til gebyrbekendtgørelser for den civile luftfart

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 8 des. 2011 64. árið Kirkjuligt Missiónsblað BARN ER OKKUM FØTT! Tí at barn er okkum føtt, sonur okkum givin, og á herðum hans skal høvdingadømið hvíla; navn hans skal verða kallað undur, rágevi, veldigur

Læs mere

Bakstøði Ynski var: - At lýsa teir møguleikar og tær treytir eldri fólk í Føroyum hava fyri einum góðum lívi í eldri árum - At lýsa hvørji átøk kunnu

Bakstøði Ynski var: - At lýsa teir møguleikar og tær treytir eldri fólk í Føroyum hava fyri einum góðum lívi í eldri árum - At lýsa hvørji átøk kunnu URININKONTINENS HJÁ KVINNUM MILLUM 60 OG 65 ÁR Í FØROYUM Títtleiki og ávirkan á gerandislivið Ása Róin, Sjúkrarøktarfrøðingur og Master í professiónsmenning Hildur við Høgadalsá, Sjúkrarøktarfrøðingur

Læs mere

Blákrossheimið Ársfrágreiðing 2017

Blákrossheimið Ársfrágreiðing 2017 Blákrossheimið Ársfrágreiðing 2017 Innihald Um stovnin 2 Nevndin 2 Starvsfólk 2 Játtan 2 Rakstur 3 Samstarv 3 Bíðilisti 3 Ástøði í heildarviðgerðini 4 Hagtøl 5 Viðgerð býtt eftir slagi 5 Viðgerð - býtt

Læs mere

ICES viðurkennir. Bjargingarroynd í Vágsbotni. Fiskaren vitjar FF. Bernhard 5. partur. Løgtingsins umboðsmaður setir kærarar í gapistokk.

ICES viðurkennir. Bjargingarroynd í Vágsbotni. Fiskaren vitjar FF. Bernhard 5. partur. Løgtingsins umboðsmaður setir kærarar í gapistokk. Síða 8 ICES viðurkennir Nr. 340 Hósdagur 14. apríl 2005 12,- óvissu í ráðgeving Tættari samband við Rusland Síða 17 Ferð til Murmansk Bjargingarroynd í Vágsbotni Baksíðan Umboðsmaðurin Løgtingsins umboðsmaður

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 2 mar. 2014 67. árið Kirkjuligt Missiónsblað 1. PÆTURS BRÆV 1,17-23 Tað er verulig styrki í guds orði. Tað eru ikki bara tómir bókstavir á einum pappíri. Tað er livandi og skal vara í ævir og tað hevur

Læs mere

Heilsu- og innlendismálaráðið

Heilsu- og innlendismálaráðið Heilsu- og innlendismálaráðið Løgtingið Dagfesting: 5. januar 2018 Mál nr.: 17/00573-14 Málsviðgjørt: MHR Løgtingsmál nr. xx/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í Anordning om ikrafttræden for Færøerne

Læs mere

Gamlar myndir úr Norðuroyggjum

Gamlar myndir úr Norðuroyggjum Nr. 289 Hósdagur 20. mars 2003 10,- Síða 20 Símun Johan Wolles 70 ár Løgtingsmál viðvíkjandi fiskivinnu og -monnum Vit greiða frá teimum framløgdu tingmálunum, sum viðvíkja fiskimonnum. Síða 6-9 FF hevur

Læs mere

Innihald INNGANGUR UM KANNINGINA UM BMI-KANNINGAR AV BØRNUM KANNING AV BMI HJÁ BØRNUM Í 1. FLOKKI...11

Innihald INNGANGUR UM KANNINGINA UM BMI-KANNINGAR AV BØRNUM KANNING AV BMI HJÁ BØRNUM Í 1. FLOKKI...11 2 Innihald INNGANGUR... 4 HAGTØLINI ERU TØK... 4 1. UM KANNINGINA... 5 2. UM BMI-KANNINGAR AV BØRNUM... 6 2.1. UM BMI... 6 2.2. BMI Í HESARI FRÁGREIÐINGINI... 8 3. KANNING AV BMI HJÁ BØRNUM Í 1. FLOKKI...11

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 5 aug. 2011 64. árið Kirkjuligt Missiónsblað BØN Seinastu tíðina havi eg hugsa nógv um bøn. Tað eru fleiri orsøkir til tess. Vit hava júst verið í einum muslimskum landi í góðar tríggjar mánaðir fyri

Læs mere

Heilsu- og innlendismálaráðið

Heilsu- og innlendismálaráðið Heilsu- og innlendismálaráðið Løgtingið Dagfesting: 5. mars 2018 Mál nr.: 17/00573-95 Málsviðgjørt: MHR Løgtingsmál nr. 109/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í anordning om ikrafttræden for Færøerne

Læs mere

Heilsan hjá langfarafiskimonnum

Heilsan hjá langfarafiskimonnum Nr. 307 Hósdagur 11. desember 2003 10,- Síða 3 Søgan um John Dam John Dam var ein megnarmaður. Vit ummæla bókina og hava frásøgn frá móttøkuni, tá bókin varð handað. Bátasøgan á Eiði Vit hava fyrsta av

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 7 nov. 2011 64. árið Kirkjuligt Missiónsblað TEKINI Í JÓHANNES EVANGELIIÐ Jesus gjørdi hitt fyrsta tekinið í einum brúdleypi (Jóh. 2). Hetta brúdleypið var í Kána í Gallilea. Mamma Jesu var boðin við,

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 1 feb. 2011 64. árið Kirkjuligt Missiónsblað KIRGISISTAN Tað eru nógvir møguleikar at dríva missión, og ymiskt er, hvussu menniskju hava hoyrt gleðiboðskapin og komin til trúgv. Men tó er eitt felags

Læs mere

HAPPING Í FÓLKASKÚLANUM

HAPPING Í FÓLKASKÚLANUM HAPPING Í FÓLKASKÚLANUM - ein spurnakanning Granskingardepilin - Fróðskaparsetur Føroya 2015 1 2 Granskingardepilin - Fróðskaparsetur Føroya ISBN 978-9991-8-60-24-4 Happing í fólkaskúlanum - ein spurnakanning

Læs mere

Smiðjan á Skipanesi Brot úr okkara smiðjusøgu. Okkara maður í Nambia. Er prískappingin í vanda? Børn á Sanatoriinum

Smiðjan á Skipanesi Brot úr okkara smiðjusøgu. Okkara maður í Nambia. Er prískappingin í vanda? Børn á Sanatoriinum Síða 4 Nr. 372 Hósdagur 27. juli 2006 15,- Hvussu minka við gapið millum fiskimenn og fiskifrøði? Frásøgn frá fundi við Menakhem Ben Yami Eru vit við at fara aftur í 80-ini? Síða 26 Er prískappingin í

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 4 juni. 2012 65. árið Kirkjuligt Missiónsblað GLEÐIÐ TYKKUM Í HARRANUM ALTÍÐ! Í 1. Jóh. 1,4-5 lesa vit: v4 Gleðið tykkum í Harranum altíð! Eg sigi uppaftur: Gleðið tykkum! v5 Spaklyndi tykkara verði

Læs mere

Tøl um royking í Føroyum

Tøl um royking í Føroyum Tøl um royking í Føroyum Speki 2008 Pál Weihe yvirlækni Sjúkrahúsverk Føroya Sigmundargøta 5, Postsmoga 14, FO-110 Tórshavn Tlf.: +298 31 66 96, Fax: +298 31 97 08, Heimasíða: www.health.fo, T-postur:

Læs mere

Svenskur elitusvimjivenjari

Svenskur elitusvimjivenjari Síða 26 Nr. 275 Hósdagur 15. august 2002 10,- Svenskur elitusvimjivenjari til Føroya Svenski Mats fann kærleikan í Føroyum So nú liggur fyri hjá okkara svimjarum Fiskiskapur: Meira av tungu og størri upsi

Læs mere

Føddur undir Hitler, vaksin upp undir Stalin

Føddur undir Hitler, vaksin upp undir Stalin Nr. 291 Mikudagur 16. apríl 2003 10,- "Smyril/Dúgvan" í Afrika Ungur føroyskur sjómaður hevur hitt "Smyril/Dúgvuna" í Afrika. Síða 25 Ballónin hjá Fíggjarmálaráðnum brostin Grundarlagið fyri "kapringini"

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 8 15. desember 2007 60. árið Kirkjuligt Missiónsblað JESUS, FRELSARI OKKARA Hvat ynskir tú tær til jóla? Hetta er ein sera vanligur spurningur, ið vit fáa settan hesa tíð av árinum. Tað verður bara

Læs mere

"Okkara maður" í Sandoynni fyllir runt. Sigmund verður 75. Vit dokumentera, at sjónvarpstíðindini vóru fupp. Úr Syðrugøtu til Aberdeen

Okkara maður í Sandoynni fyllir runt. Sigmund verður 75. Vit dokumentera, at sjónvarpstíðindini vóru fupp. Úr Syðrugøtu til Aberdeen Nr. 352 Hósdagur 6. oktober 2005 12,- "Okkara maður" í Sandoynni fyllir runt. Síða 3 Sigmund verður 75 Fupp og fakta um tilfeingisgjald og -rentu Vit dokumentera, at sjónvarpstíðindini vóru fupp Síða 6

Læs mere

Mest støðuga fiskavirkið er í Vági

Mest støðuga fiskavirkið er í Vági Nr. 338 Hósdagur 17. mars 2005 12,- Síða 17 Einki hendir í rækjumálinum Tveir mánaðar eftir freistina hjá løgmanni er einki hent. Small is beautiful kunnu teir eisini siga í Vági. Vit hava vitjað JMA.

Læs mere

Frá elstu døgum H A V N A R K L U B B A

Frá elstu døgum H A V N A R K L U B B A Frá elstu døgum H A V N A R K L U B B A Árið 1974 er eitt merkisár í søgu Havnar Klubba: Klubbin hevur 175 ár á baki, stovnaður sum hann var í oktober 1799. Sjálvur stovningardagurin er eftir sum menn

Læs mere

Laksur frá veiðu í Alaska til sølu av føroyingi í USA

Laksur frá veiðu í Alaska til sølu av føroyingi í USA Nr. 303 Hósdagur 16. oktober 2003 10,- Síða 25 Dýpið skuldi loddast eftir fólkaatkvøðuna í 1946 Vit hava eitt higartil ókent ískoyti til søguna aftaná fólkaatkvøðuna. Framstig í Fugloy: Kundu rógva til

Læs mere

Kvinnurnar við grøvina

Kvinnurnar við grøvina Nr. 2 Mars 2017 70. árið Kvinnurnar við grøvina Luk. 24,1-12. Alvhild Vassel Eide, Noreg - Effie Campbell Hendingin fer fram í lýsingini fyrsta dagin í vikuni ta páskahøgtíðina, tá ið Jesus varð krossfestur,

Læs mere

Fiskimaðurin Andrias í Tarti. Vit ynskja honum tillukku og hava 5. part av hansara lívssøgu. M.a. eru vit í barsil hjá Georg L. Samuelsen í 1911.

Fiskimaðurin Andrias í Tarti. Vit ynskja honum tillukku og hava 5. part av hansara lívssøgu. M.a. eru vit í barsil hjá Georg L. Samuelsen í 1911. Nr. 379 Hósdagur 23. november 2006 15,- Síða 6 Søgan um Coronet Frásøgn frá samkomuni í Klaksvík Fiskimaðurin Andrias í Tarti 100 ár Vit ynskja honum tillukku og hava 5. part av hansara lívssøgu. M.a.

Læs mere

LÆRARABÓK. Jón Magnus Joensen KRISTNI 5

LÆRARABÓK. Jón Magnus Joensen KRISTNI 5 LÆRARABÓK Jón Magnus Joensen KRISTNI 5 2012 1 2 Kristni 5. Kristnikunnleiki. Lærarabók Nám Høvundur: Jón Magnus Joensen Tekningar: Hannis Egholm Innihald Um Kristni 5... 4 Kristni 5 lærarabók... 6 Kristni

Læs mere

Nýggj skip. 70 ár síðan Nólsoy gekk burtur Søgan um ringin sum kom aftur. Svenskari vitjað í Føroyum í 56 ár

Nýggj skip. 70 ár síðan Nólsoy gekk burtur Søgan um ringin sum kom aftur. Svenskari vitjað í Føroyum í 56 ár Síða 21 Svenskari vitjað í Føroyum í 56 ár Nr. 325 Hósdagur 2. september 2004 12,- Tann sum ikki hevur verið í Fugloy hevur ikki verið í Føroyum! Á ferð í Fugloy Síða 11 70 ár síðan Nólsoy gekk burtur

Læs mere

Hugburður til føroysk yrkisorð

Hugburður til føroysk yrkisorð JÓGVAN Í LON JACOBSEN Hugburður til føroysk yrkisorð Endamálið við hesi grein er at siga eitt sindur um hugburð føroyinga til føroysk yrkisorð og um yrkisorðafrøði yvirhøvur. Grundarlagið undir greinini

Læs mere

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR Tórshavn, tann 5. november 2007 J.Nr.: 200700058 (at tilskila í svari) Viðgjørt: Álit viðvíkjandi avgerð hjá Løgmansskrivstovuni um noktan av almennum innliti í skjøl viðvíkjandi føroysku sendistovuni

Læs mere

Brúdleypið hjá kongssoninum. Matt. 22, 1-14.

Brúdleypið hjá kongssoninum. Matt. 22, 1-14. Brúdleypið hjá kongssoninum. Matt. 22, 1-14. Úr bókini sæden er Guds ord Tað, sum hetta líknilsi varpar ljós á, er at finna í ørindi 14: "Tí at mong eru kallað, men fá eru útvald." Tað fyrsta, vit tá mega

Læs mere

FF-blaðið í Frankaríki Vit vóru bæði á fiskivinnuvitjan og til fótbólt. Drúgv og øðrvísi frásøgn

FF-blaðið í Frankaríki Vit vóru bæði á fiskivinnuvitjan og til fótbólt. Drúgv og øðrvísi frásøgn Nr. 350 Hósdagur 8. september 2005 12,- FF-blaðið í Frankaríki Vit vóru bæði á fiskivinnuvitjan og til fótbólt. Drúgv og øðrvísi frásøgn Síða 11 Petrea: Droymdi lagnuna hjá manningini á Nólsoynni Víst

Læs mere

TÁ IÐ TIT... Kirkjuligt Missiónsblað. Nr juni árið

TÁ IÐ TIT... Kirkjuligt Missiónsblað. Nr juni árið Nr. 4 15. juni 2007 60. árið Kirkjuligt Missiónsblað TÁ IÐ TIT... Í byrjanini av januar mánaði í ár viðger, Bibelnøglen ein part av Matteusar evangelium. Bibelnøglen er ein bíbliulesiætlan, givin út av

Læs mere