Rómverjar heimsins leiðarar

Størrelse: px
Starte visningen fra side:

Download "Rómverjar heimsins leiðarar"

Transkript

1 Rómverjar heimsins leiðarar 4 Næmingarnir skulu kenna til søguna hjá nøkrum leiðandi heimsveldum í ymsum tíðarskeiðum. Mál Í kapitlinum um Róm verða tvey týðandi evni viðgjørd, sum kunnu setast upp sum mál fyri tí, næmingarnir skulu kenna til og kunna lýsa við ymsum dømum. Valdsnýtslan í rómverska heimsveldinum: Hvat var grundarlagið undir valdinum og vavinum hjá rómverska ríkunum? Hvussu broytt ist stýrisskipanin, sum øldirnar gingu? Rómverski mentanararvurin: Rómverjar førdu griksku mentanina víðari; latín gjørdist eitt heimsmál, kristindómurin breiddi seg út og rómverski livihátturin bæði tann privati og tann almenni vóru í langa tíð fyrimyndin hjá fólkunum í Evropa. Uppgávur Uppgávurnar í partinum um rómverjar eru umfatandi, og inni haldsliga fevna tær um bæði mentanarsøguligar og politiskar uppgávur. Tank in er, at kapittulin skal kunna vera knýttur saman við øðrum læru greinum, sum t.d. føroyskum, myndlist og kristni/átrúnað og at tað tá skulu vera mong støð, ið knýta lærugreinirnar saman. Fagurbókmentir: Kai Munk: Fyri orrustuna við Cannae: leikrit í einum tátti. Føroyskað hava Alex Sólstein o.a. Varðin bind 56. Shakespeare, William: Julius Cæsar Fakbókmentir: Adams, Simon: Arkæologi detektiver Biesty, Stephen: Rom på kryds og tværs Connollt, Peter: Antikkens Rom Gammeltoft, Inger Byrjalsen: Í gamla Róm Levy, Patricia: Det gamle Rom De skapte historie Macdonald, Fiona: Romere praktisk historie Malam, John: Fri mig for at blive romersk gladiator Murrell, Deborah: Gladiator Neurath, Marie: Soleiðis livdu tey í gamla Róm Parker, Vic: Pompeji år 79 Da katastrofen ramte Powell, Jillian og Buckingham, Matt: Den grusomme sandhed om romerne Rice, Chris og Melanie: Pompeji da byen blev bbegravet Ross, Stewart: Det gamle Rom Fortællinger om fortiden Scharling, Suno: Augustus Den første europæer? Sheehan, Sean og Levy, Pat: Romeriget Den gamle verden Sims, Lesley: En rejsefører til det gamle Rom Steele, Philip: Det gamle Rom Kig på Ørsted, Peter: Arven fra Rom Filmar: Spartacus The Gladiator 1

2 Býarstaturin við Tiberánna Lýðveldið hjá rómverjum Einaræðisharri Diktaror varð útnevndur at sita í seks mánaðir í kreppu ella vandatíð, sum t.d. í krígsstøðu. Konslar vóru hægstu embætismenninir og vóru valdir fyri eitt ár. Teir plagdu at vera orðstýrarar í senati og í fólkatinginum. Konslarnir kundi hvør sær taka støðu í ymsu málunum, men kundu eisini við at leggja veto broyta avgerðirnar hjá hvørjum øðrum. Konslarnir høvdu eisini hægstu hernaðarligu tign. Veto: forboð; nei,; valdið at forða einari samtykt Senatorar vóru valdir fyri lívið. Teir skuldu virka sum ráðgevar hjá fólkatinginum, men í roynd og veru høvdu teir ovasta valdið orsaka av royndum sínum og vitanini, teir høvdu útvegað sær. Senatið skuldi halda skil á fíggjarstøðuni í ríkinum og hevði ábyrgdina fyri hervaldinum, harumframt skuldi tað hava eftirlit vit teimum fólkasløgum og londum, sum høvdu yvirgivið seg til Róm, og eisini skuldi senatið standa fyri samráðingum við fremmandar statir. Fólkatingið var staðið, har allir frælsir menn, ið vóru fyltir seytjan ár, høvdu atkvøðurætt. Her skuldu lógir staðfestast og konslar veljast. Sum ríkið vaks, gjørdist farleiðin ov long at fara hjá teimum fólka valdu. Hetta gjørdi, at allar týðandi avgerðir í roynd og veru vórðu tiknar av senatinum. Sensorar høvdu eftirlit við embætismonnunum og høvdu greiðu á, hvør rindaði skatt, og hvør gjørdi hertænastu. Teir høvdu enntá eisini eftirlit við ríkisbúskapinum og syrgdu fyri at m.a. vegir og akvaduktir vórðu bygdar. Sensorarnir høvdu eftirlit við moralinum og høvdu eftirlit við, at hinir embætismenninir ikki misbrúktu sítt vald. Sensorarnir kundu t.d. útihýsa senatorum. Almúgutribunar leiddu arbeiðið í fólkatinginum. Hetta vóru umboðsmenn hjá teimum fátækastu, og var ætlanin við teimum, at teir skuldu tryggja skipanina móti valdsmis nýtslu. Teir vóru valdir av fólka tinginum og høvdu vetorætt í senatinum, men gjørdust sum tíðin leið alsamt meiri stýrdir av senatinum. Tekning: Michal Hudak 2

3 Býarstaturin við Tiberánna Uppgávur 1. Hvørjir høvdu til uppgávu at hava eftirlit við moralinum? 2. Hvørjir skulu halda skil á fíggjarstøðuni í ríkinum? 3. Hvørjir høvdu atkvøðurætt í fólkatinginum? 4. Nær kundi ein einaræðisharri verða útnevndur? 5. Hvørji høvdu hægstu tign í herinum? 6. Hvørjir umboðaðu fátækafólk? 7. Hvat hevði vetorætturin við sær? 3

4 Søgnin um upphav Róms Einaferð var tað ein kongur, sum æt Numitor; hann ráddi í statinum Alba Longa. Numitor kongur var koyrdur frá valdinum av beiggja sínum Amulius, sum setti abbabørnini hjá Numitor, tví burarnar Romulus og Remus, á áarbakkan í einari kurv. Hann vildi forða fyri, at arvingarnir tóku valdið aftur. Men áðrenn dreingirnir doyðu av svongd, fann ein úlvstík teir og gav teimum mjólk at súgva frá sær. Seinni komu teir aftur til heimstaðin, har teir drupu hin grumma Amulius og aftur settu abba sín á trúnuna. Seinni fóru teir út í heimin og grundaðu ein bý á áarbakkanum á Tiberánni, sum varð kallaður Róm. Her hevði søgan væl kunnað endað, men í staðin endar hon við, at tað kemur til ilnar millum brøðurnar Romulus drepur Remus og gerst fyrsti kongurin í Róm. Ein standmynd á heygnum Capitoleum vísir, hvussu Romulus og Remus boppaðu úlvstíkina (sí mynd). 1. Hvussu sigur søgnin, at Róm varð grundlagdur? 2. Ger eina myndarøð um upprunan hjá Róm! Brúka pappír, blýant og linjál, tá ið tú gert rammur um myndirnar í røðini. Lat persónarnar fáa lív. Kanska neyðugt er við talubløðrum? Brúka hugflogið! Mynd: Scala 4

5 Stórbýurin Róm Set striku undir tey orð, tú ikki skilir og fá greiðu á, hvat orðini merkja. Brúka orðabøkur ella leita á netinum. Um ár 200 e.kr, tá ið býurin Róm var størstur, búðu umleið ein millión fólk í býnum altso umleið líka nógv fólk sum í Keypmannahavn ella í Stokkhólmi. Hvussu mundu tey klára at útvega mat og vatn til øll fólkini? Hvussu tóku tey sær av burturkasti og frárensli? Vatnveitingin gjørdist trupul. Økta fólkamongdin kravdi meiri vatn. Vatnleiðingar akvaduktir, førdu sum áður vatnið inn í býin, men nøgdin var ikki longdur nøktandi. Nýggjar akvaduktir máttu byggjast, og til endans rakk vatnmongdin litrar fyri hvønn íbúgva. Tað er meira enn fólkini í Róm á okkara døgum hava í part! Gosbrunnar skuldu haldast í gongd, og eisini toilettir og bað stovur. Flutningur og atkoma at mati voldi heilt aðra stúran. Stóra fólkamongdin kravdi nógvan mat, og longdu flutningsleiðirnar gjørdu matin dýran. Vanlig fólk høvdu ikki ráð at rinda tað, maturin kostaði. Keisarin loysti trupulleikan við, at hann keypti korn, sum hann so býtti út ókeypis til sínar tegnar. Næstan hvør einasta gøta í býnum hevði eina kvørn við bakaríi, einum breyðframleiðara. Tyngsta arbeiði var at mala runt høgu, tungu kvørnarsteinarnar, sum vóru fyltir við hveitikorni. Aloftast mundu múldýr mala kvørnirnar, men tað kom fyri, at fólk vóru noydd at gera hetta arbeiði. Í teimum væl varðveittu toftunum av øðrum antikkum býum, sum t.d. Pompeji, eru fult av matstovum tavernum og barrum. Vanlig fólk ótu á matstovuni ella tóku við sær heitan mat haðani. Í rómversku íbúðarhúsunum høvdu tey ongar eldstaðir orsaka av vandanum fyri eldi. Vildi tú gera matin sjálv/ur mátti tú gera hann í túninum og brúka leyst eldføri. Frárensl førdu spillivatn frá baðstovum, gøtum og húsarhaldi til goymslubrunnar, ið vóru tømdir eftir tørvi. Innihaldið var selt sum tøð. Funnin eru 144 almenn toilett í Róm, og í onkrum teirra hevur pláss verið fyri umleið 100 fólkum í senn! 1. Ímynda tær, at tú sleppur eina ferð við eini tíðarmaskinu. Tú verður settur í land á einum rómverskum torgi. Tú noyðist yvir til grannatorgið, ein kilometur haðani, fyri at sleppa heim aftur í okkara tíð. Greið frá tí, sum tú sært á leiðini! 2. Hvørjar umhvørvistrupulleikar høvdu teir, sum sótu við ábyrgd ini í Róm at dragast við? Ger ein samanburð við umhvørv istrupulleikarnar nú á døgum! 5

6 Søgan í løgum Beint við Colosseum liggur San Clemente, ein av óendaliga nógvu kirkjunum í Róm. Tá tú trínur inn gjøgnum portrið á ljósagula bygn inginum, kemur tú í eitt kirkjurúm av hvítum marmori við mongum, vøkrum mosaikki (mynstur gjørd við litaðum steini) av hendingum úr lívi Jesusar. Men San Clemente, sum var bygd í 1100-talinum, er eingin van lig kirkja. Í øðrum endanum av bygninginum er ein trappa niður til eitt annað rúm. Hetta rúmið er eisini ein kristin kirkja, men hon er frá 300-talinum og er væl minni enn hin ovara. Men tað endar ikki har fert tú eisini oman næstu trappurnar, kemur tú til enn eitt høli, sum eisini hevur verið brúkt til guds tænast ur. Hetta rúmið var brúkt um ár 100, og her bóðu tey til persiska gudin Mithra. Rómverskir hermenn førdu við sær hesa trúnna til Róm frá herferðum sínum við eysturmarkið á ríkinum. Ymiskir átrúnaðir og hugsjónir breiddust um stór øki longu um ár 300 f.kr. í sambandi við mongu hertøkurnar hjá Aleksanduri Mikla. Niðast, undir teimum trimum gudstænasturúmunum, er ein gøta frá republikanska tíðarskeiðinum. Fram við gøtuni eru leivdirnar av einum rómverskum húsum, sum granskarar meta varð oyði lagt í stóra eldinum ár 64, tá ið Nero var keisari. 1. At vitja kirkjuna San Clemente er sum at ferðast aftur í tíðina. Hvat fæst at vit um søguna hjá Rómaríkinum við at vitja grevst urin undir kirkjuni? Altar fyri persiska gudin Mithra, sum tey bóðu til um ár 100 e.kr. Foto: Listri, Massimo/Corbis/Scanpix 6

7 Gestaboðið hjá Trimalchios Set striku undir tey orð, tú ikki skilir og fá greiðu á, hvat orðini merkja. Brúka orðabøkur ella leita á netinum. Í skaldsøguni Satyricon hjá Petronius er ein lýsing av eini veitslu (einum gestaboði), sum ein vælhavandi rómverji heldur, og kapittulin um Trimalchio er so gott sum tað einasta, ið er varðveitt. Petronius doyði ár 66 líkt er til, at hann tók egna lív sítt eftir boðum frá Nero keisara. Verturin Trimalchio vísir gjøgnum alla veitsluna, hvussu ríkur hann er: Forrætturin stóð á einum borðskapi, har ein asni av korintiskari bronsu stóð við tveimum kurvum á bakinum; í aðrari lógu ljós oljuber og í hinari lógu myrk. Asnin stóð undir tveimum silvurføtum, har navn Trimalchiosar og vektin á føtunum var ritað í. Á smáum hvítleiksfetum lá stokt heslinøtumos, sum var stroytt við hunangi og valnøtufræi. Harumfram vóru grillaðar pylsur á eini silvurgrind, og undir teimum lógu sýriskar blommur og granat eplakjarn ur. Meðan gestirnir leska seg við matinum, verður Trimalchio borin innar, liggjandi á smáum kodd um, meðan tónleikurin ljómandi spælir. Síðani verður borðreitt við páfuglaeggum úr eini kurv við eini bølandi hønu úr træi liggjandi á. Trimalchio ávaraði um, at tað longu kundi vera komin ungi í eggini, men tá ið gestirnir dukaðu á skølini, sóu teir, at tey vóru bakaði av deiggi, og at tað innan lógu snípur í pipar kryddaðum eggjareyða. Høvuðsrætturin var av gestunum hildin at síggja heldur enn ikki soltin út. Á eini mynd av teimum tólv teknunum í dýrakringinum var matur lagdur, sum hóskaði til heitið á stjørnutekninum. Á skjúttanum lá ein skógarfuglur, á leyvuni fikur úr Afrika, á tarvinum neytakjøt o.s.fr. Í miðjuni lá ein hunangskøka á einum grønum beði, og júst sum teir smávegis vónbrotnu gestirnir skulu fara at fáa sær, rópaði Trimalchio: Nú skal etast! Og so var allur yvirparturin á borðreiðingarpottinum lyftur upp, og undir tí lógu feitir geldhanar. Í miðjuni var ein hara, sum var prýdd við veingjum fyri at líkjast Pegasus. Í einari kanal lá fiskur, sum smáar standmyndir við leðurposum stoyttu ymiskar kryddaðar sósir omaná. Gestirnir klapp aðu og leskaðu sær á matin. Tá ið øll høvdu fingið mettuna, vórðu restirnar bornar út og fólkini fóru at tosa saman, m.a. um stóra ríkidømið Trimalchios. Sagt var, at hann ikki sjálvur visti, hvussu nógv hann átti. Onkur fortaldi, at kona Trimalchio ikki einans var turr, avhaldandi og skilagóð, men eisini hevði ein ljótan munn og var ein ordans slatritaska. Leysasøgur vildu eisini vera við, at Trimalchio var ein leysgivin trælur. Síðani greiddi verturin frá, hví hann hevði valt at knýta stjørnuteknini aftrat máltíðini. Sjálvur var hann, Trimalchio, føddur í tekni krabbans og hevði tí nógvar føtur at standa á og mangar ágóðar bæði á landi og á sjógvi. Alt gongur í ringi sum ein kvørn, vildi hann vera við, summi verða fødd, onnur doyggja. Trimalchio endaði røðu sína við hesum orðunum: Tá tit sóu grøna beðið í miðjuni við hunangskøkuni á, var eisini ein ætlan við tí. Jørðin, móðir okkara, er í miðjuni, rund sum eitt egg og hevur alt gott í sær, júst sum hunangskøkan. Síðani var eitt villsvín borið inn í salin saman við stoktum smágrísum tað sá út, sum lógu teir og boppaðu mammuna. Men tá ið so ein veiðiklæddur maður rendi svørð sítt inn í síðuna á svíninum, flugu trøstir út gjøgnum opið. Trimalchio rak teir saman og lovaði hvørjum gesti, at teir skuldu sleppa at fáa ein trøst við til hús. So vóru bjóðaðar dadlur úr kurvunum, sum hingu niður úr grópu tonn u num á villsvíninum. 1. Ger eina lýsing av Trimalchio útfrá tí, sum tú fært at vita í tekstinum. 2. Brúka upplýsingar úr grundbókini og tekstin omanfyri og ger tína egnu útgávu av heiminum hjá einum ríkum rómverja. Brúka pappír og litir. Heimssøga Fram til 1700 s

8 Hvør eri eg? Vel rætta svarið og set bókstavin í rútin. 1. Eg eri ein smádrongur við eini heilt óvanligari mammu. Hon er úlvstík! Beiggi mín eitur Remus. 2. Eg eri ein rýmdur trælur. Nú havi eg ein her upp á menn! Vit fara at berjast móti rómversku hermonnunum. 3. Hví spyrt tú? Bara tí at eg var teirra millum, ið myrdu Julius Cæsar? Jú, víst er satt, at eg ein av bestu vinum hansara 4. Hvør eg eri? Vágar tú tær at spyrja meg um tað? Eg eri fyrsti rómverski keisarin! 5. Vælkomin! Kom innar. So skal eg vísa tær mítt atrium. Aftaná verður døgurði. Vilt tú hava eta? 6. Hjálp! Himmalin er svartur og jørðin ristist. Hvat er tað, sum hendir? 7. Eg innførdi arbeiðsfríar sunnudagar og bannaði krossfestingum. Á. Ein ríkur rómverji A. Brutus B. Ein íbúgvi í Pompeji D. Augustus Ð. Konstantin E. Ein trælur í húsunum hjá einum ríkum rómverja F. Ein gladiator G. Romulus H. Julius Cæsar I. Spartacus 8. Eg rætti tær vatn, so tú kanst vaska tær um hendurnar. Skalt tú spýggja, so hjálpi eg tær eisini við tí. 9. Eg hertók Gallia. Seinni varð eg valdur til einaræðisharra. 10. Hvør eg eri? Eitt er ið hvussu er víst, meg hevði tú ikki viljað hitt, tá ið eg havi øll vápnini hjá mær. Eg havi eitt svørð, ein skjøldur og eina nót. 8

9 Minnist tú? 1. Hvussu eitur málið, rómverjar tosaðu? 1) Latín X) Grikskt 2) Persiskt 1 X 2 2. Hvussu kallaðust teir rómverjar, ið vóru so fátækir, at teir einans áttu atkvøðurættin? 1) Pionerar X) Protestantar 2) Proletarar 3. Hvussu kallaðu rómverjar Miðjarðarhav? 1) Egeahav X) Mare Nostrum 2) Oceania 4. Hvussu kallast múrurin rómverjar reistu at verja seg móti skotum? 1) Rómverjamúrur X) Skotamúrur 2) Hadrianmúrurin 5. Fyri at halda fólkini nøgd, bjóðaði keisarin teimum: 1) Bomm og mat X) Breyð og sjónleik 2) Ítrótt og sang 6. Hvussu gomul skuldi ein rómversk genta vera, áðrenn hon bleiv gift burtur? 1) 12 ár X) 14 ár 2) 17 ár 7. Hvør var keisarin, ið gjørdi kristindómin til statsátrúnað? 1) Konstantin X) Hadrian 2) Nero 8. Hvat annað navn verður brúkt um Eysturrómverska ríkið? 1) Osmannaríkið X) Bysantiskaríkið 2) Konstantinopel 9. Hvussu eitur uttanduraleikhúsið í Róm, har gladiatorarnir bardust fyri lívinum? 1) Colosseum X) Globosseum 2) Forum Romanum 10. Hvat var týdningarmesti gjaldsmiðilin hjá rómverjum? 1) Silvurmyntir X) Seðlar 2) Gullplátur 9

10 LÆRARAVEGLEIÐING Svar: Hvør eri eg? 1. G 2. I 3. Á 4. D 5. A 6. B 7. Ð 8. E 9. H 10. F Svar: Minnist tú? 1 X X X 6. X X

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál. Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál. Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess DANSK 1-2-3 Danskt sum 1., 2. og 3. mál Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess Hvat halda næmingar um danskt og undirvísing í donskum / Hvad synes eleverne om dansk og danskundervisningen? Spørgeskemaundersøgelse

Læs mere

Grikkar Evropeisku lærararnir

Grikkar Evropeisku lærararnir Grikkar Evropeisku lærararnir 3 Í lærugreinini søga í skúlanum verður hugt at menniskjanum og samfelagnum bæði frá politiskum, sosialum, búskaparligum, mentanarligum og hugmyndafrøðiligum sjónarhornum.

Læs mere

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál DANSK 1-2-3 Danskt sum 1., 2. og 3. mál Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess Hvat halda føroyskir lærarar um danskt og undirvísing í donskum / Hvad synes færøske lærere om dansk og danskundervisningen?

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 3 mai. 2010 63. árið Kirkjuligt Missiónsblað KALLIÐ Legg tú á Harran tínar leiðir, og lít tú á hann, hann man tað útinna. Sálm. 37,5. Kallið, til at arbeiða í Guds ríki, er Guds gáva til hvørt einstakt

Læs mere

- Webundersøgelse, Fólkaskúlaráðið, oktober 2013. Fólkaskúlaráðið. Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på

- Webundersøgelse, Fólkaskúlaráðið, oktober 2013. Fólkaskúlaráðið. Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på Fólkaskúlaráðið Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på og erfaringer med ressourcentre på skolerne 2013 Udarbejdet af Scharling Research for bestyrelsen i Fólkaskúlaráðið, oktober 2013 Scharling.dk

Læs mere

Konference om affald på havet

Konference om affald på havet Konference om affald på havet Miljøtilsyn lavet af Skipaeftirlitið Skipaeftirlitið (maritime( myndigheder) Tilsyn som er krævet efter bekendtgørelse nr. 122 fra den 25. november 2005 / 11 stk. 3 og aftale

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 6 sep. 2011 64. árið Kirkjuligt Missiónsblað BØNARLÍV Í Jóh. 2,1-11 læra vit nógv av Mariu um bøn. Maria fer beina leið til Jesus við síni bøn. Hon sigur Jesusi frá, hvat vertsfamiljuni tørvar. Bøn

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 7 nov. 2012 65. árið Kirkjuligt Missiónsblað VIT MUGU HAVA HEILAGA ANDAN. Uttan halgan skal eingin síggja Harran! (Heb.12,14) Tað er ein sannleiki, sum nógv kenna, men sum fá veruliga hugsa um. Hvussu

Læs mere

Sigurd fekk medalju fyri sigling í krígstíð í Íslandi

Sigurd fekk medalju fyri sigling í krígstíð í Íslandi Síða 4 Ættarliðsskifti í Realinum Nr. 344 Hósdagur 9. juni 2005 12,- Mynd: Kristian M. Petersen Síða 9 Sigurd fekk medalju fyri sigling í krígstíð í Íslandi Sigurd Joensen sum umboðar FF við Johannu, fekk

Læs mere

Miðøld. Mál. Uppgávur

Miðøld. Mál. Uppgávur Miðøld 5 Skúlin skal í søguundirvísingini seta sær sum mál, at næmingurin mennir førleikan at greina mynstur, menningarleiðir og broyt ingar tilgongdir. Mál Eftir at hava gingið gjøgnum miðaldarpartin,

Læs mere

Sagsøgeren har påstået sagsøgte dømt til at betale 42.400 kr. med procesrente fra den 26. juni 2003, subsidiært procesrente fra den 22. april 2008.

Sagsøgeren har påstået sagsøgte dømt til at betale 42.400 kr. med procesrente fra den 26. juni 2003, subsidiært procesrente fra den 22. april 2008. DOM Afsagt af retten på Færøeme den 22. december 2009 IBS-sagnr. 619/2008 Skatteyderi mod TAKS Samandráttur: Málið snýr seg partvís um saksøkjarin, skattagjaldari, skal rinda mvg av skrásetingaravgjaldinum

Læs mere

Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar

Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar OLE WICH 2013 Javnaðarflokkurin á Fólkatingi Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir

Læs mere

Ein livandi Kristus til ein doyggjandi heim

Ein livandi Kristus til ein doyggjandi heim Ein livandi Kristus til ein doyggjandi heim John Drane prestur segði frá lívssøgu síni í God Channel. Hann kom ikki úr einum kristnum heimi. John var nógv hjá abba sínum, sum heldur ikki var trúgvandi.

Læs mere

forbindelse med både ansættelse, ændring i ansættelsesforhold og ved afslutning af ansættelsen.

forbindelse med både ansættelse, ændring i ansættelsesforhold og ved afslutning af ansættelsen. Retningslinie Uppgávu- og ábyrgdarbýtið ímillum og eindir/leiðarar á LS, tá ið byrjar í starvi, broytir starv innanhýsis ella fer úr starvi / Opgave og ansvarsfordeling mellem medarbejdere og afdelinger

Læs mere

Vegleiðing at dagføra GPS-kort. Tillukku við tínum keypi av GPS-korti. Kortið fevnir um Føroyar.

Vegleiðing at dagføra GPS-kort. Tillukku við tínum keypi av GPS-korti. Kortið fevnir um Føroyar. Vegleiðing at dagføra GPS-kort Sp/f Munin Dalavegur 47 FO-100 Tórshavn Føroyar www.munin.fo E-mail : munin@munin.fo Tlf. +298 35 36 00 Fax +298 35 36 01 Tórshavn tann 25-11-2013 Tillukku við tínum keypi

Læs mere

Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin. Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014

Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin. Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014 Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014 Integration og eksklusión versus inklusión Integratión merkir at vera so normalur, sum gjørligt,

Læs mere

Jesus biður fyri okkum Joh. 17, 20-26

Jesus biður fyri okkum Joh. 17, 20-26 Jesus biður fyri okkum Joh. 17, 20-26 Joh. 17, 20-26 er endin á høvuðsprestabønini, sum Jesus bað áðrenn hann var tikin til fanga. Her biður Jesus fyri øllum komandi trúgvandi, teimum sum skulu koma til

Læs mere

Klagan til TV2. Hvat kann gerast. Upplivdi illveðrið í 1932, ið beindi fyri formanni í FF. Livravirkið á Eiði. Frásøgn hjá Andrew Godtfred:

Klagan til TV2. Hvat kann gerast. Upplivdi illveðrið í 1932, ið beindi fyri formanni í FF. Livravirkið á Eiði. Frásøgn hjá Andrew Godtfred: Nr. 323 Hósdagur 5. august 2004 12,- Síða 13 Livravirkið á Eiði Nýggj roynd at gagnnýta livrina og aðrar úrdráttir. Vit hava verið á Eiði og hitt virkisleiðaran Onnu Katrin Matras. Síða 9 Frásøgn hjá Andrew

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Kirkjuligt Missiónsblað JESUS-KONGURIN Hetta er søgan um ein kong. Vit skulu lesa úr Jóhannesar evangelium 18. kapittul, frá 33. versi: Pilatus fór tá inn aftur í borgina, og hann kallaði Jesus til sín

Læs mere

Álit um stýrisskipanarviðurskifti Føroya

Álit um stýrisskipanarviðurskifti Føroya Álit um stýrisskipanarviðurskifti Føroya Álit um stýrisskipanarviðurskifti Føroya Álit frá nevndini, landsstýrið setti 1. apríl 1993, at kanna stýrisskipanarviðurskifti Føroya. Sjúrður Rasmussen, adv.

Læs mere

Hvussu kunnu vit liva sum trúgvandi í dag?

Hvussu kunnu vit liva sum trúgvandi í dag? Hvussu kunnu vit liva sum trúgvandi í dag? Titus 2, 11-15 Haldi tað er eitt sindur ymiskt, hvat hugtekur okkum mest, tá ið tað kemur til evni í sambandi við okkara kristinlív. Summum dáma væl bíbliusøgurnar

Læs mere

Út á Fagranes, har 7 fiskimenn mistu lívið í 1927

Út á Fagranes, har 7 fiskimenn mistu lívið í 1927 Nr. 300 Hósdagur 28. august 2003 10,- Síða 10 Umboð fyri Tony Blair á fund við FF Tony Blair hevur sovæl Irak sum føroysku fiskidagaskipanina í huganum. Seinasti partur av Onnu Evensen Út á Fagranes, har

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 7 nov. 2008 61. árið Kirkjuligt Missiónsblað JESU FANGI Tá ið Jesus varð tikin uttanfyri Getsemane urtagarð, varð hann førdur til Kaifas, høvuðsprestin, har hann varð avhoyrdur og sat fangi nakrar

Læs mere

Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding av elinnleggjarum

Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding av elinnleggjarum Johan Dahl, landsstýrismaður Vinnumálaráðið Tinganes FO-100 Tórshavn Landsstýrismálanevndin 01.06.2011 j. nr. 7.13-20110005 14 bl/td (at tilskila í svari) Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 4 juni. 2012 65. árið Kirkjuligt Missiónsblað GLEÐIÐ TYKKUM Í HARRANUM ALTÍÐ! Í 1. Jóh. 1,4-5 lesa vit: v4 Gleðið tykkum í Harranum altíð! Eg sigi uppaftur: Gleðið tykkum! v5 Spaklyndi tykkara verði

Læs mere

Søgan um "Vesturhavið Blíða"

Søgan um Vesturhavið Blíða Síða 28 Nr. 284 Hósdagur 9. januar 2003 10,- Føroysk kirkjufólk á Filippinunum Grønlandstíðindi frá Kára við Stein Síða 23 Gamlar Havnarmyndir Carolina Heinesen greiðir m.a. frá, tá gamli Rubek, f. 1816,

Læs mere

Enok maðurin, sum gekk við Gudi

Enok maðurin, sum gekk við Gudi Enok maðurin, sum gekk við Gudi Les ið: 1. Mós. 5,21-23; Hebr. 11,5-6 og Judas v. 1-1 UMSKIFTIÐ. Bíbliulesarar kenna helst Enok sum mannin, sum gekk saman við Gudi. Eitt umskifti kom í lívi Enoks, tá ið

Læs mere

http://www.vagaportal.fo/pages/posts/oli-jacobsen-skrivar-v...

http://www.vagaportal.fo/pages/posts/oli-jacobsen-skrivar-v... Page 1 of 9 Mikudagur 26 August 2009 Set til startsíðu Lýsingar Um Vágaportalin Forsíða Vágatíðindi Onnur tíðindi Mentan Bøkur Tónleikur Framsýningar Ólavur í Beiti tann 06/06/2009 kl. 18:34 Tiltøk Krutl

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 3 mai. 2012 65. árið Kirkjuligt Missiónsblað BÍBLIAN - KELDA TIL LJÓS OG FATAN Tá ið Sun Yat-sen, sum var ein politiskur oddamaður í Kina í 1912, einaferð varð spurdur, nær stóra vekingin í Kina byrjaði,

Læs mere

Ríki maður og Lázarus Luk. 16,

Ríki maður og Lázarus Luk. 16, Ríki maður og Lázarus Luk. 16, 19-31. Úr bókini Sæden er Guds ord Øivind Andersen Hetta líknilsið er av øðrum slag, enn tað vit hava sæð í Matteus Evangeliinum. Her snýr tað seg ikki um myndatalu ella

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 2 15. mars 2008 61. árið Kirkjuligt Missiónsblað TAÐ ER FULLGJØRT Jákup Olsen skrivar Øðrum hevur hann hjálpt, men sær sjálvum er hann ikki mentur at hjálpa! - Matt. 27,42 a. Tit leita eftir Jesusi

Læs mere

Minni um teir, sum sigldu og teir, sum doyðu undir krígnum Ferðin hjá "Johannu" eitt rimmar tiltak.

Minni um teir, sum sigldu og teir, sum doyðu undir krígnum Ferðin hjá Johannu eitt rimmar tiltak. Nr. 345 Hósdagur 23. juni 2005 12,- Baksíðan Býráðslimurin av Trøllanesi Signhild kann greiða frá hvussu útoyggjapoltikkur kann skipast. Mynd: Kristian M. Petersen Minni um teir, sum sigldu og teir, sum

Læs mere

Frágreiðing frá Skipaeftirlitinum um arbeiðsvanlukku umborð á Túgvusteini hin

Frágreiðing frá Skipaeftirlitinum um arbeiðsvanlukku umborð á Túgvusteini hin P/f Thor Bryggjan 5 420 Hósvík Miðvágur, hin 05. januar 2009 Mál: 20030532-33 Viðgjørt: JS Frágreiðing frá Skipaeftirlitinum um arbeiðsvanlukku umborð á Túgvusteini hin 19-09-2008 Frágreiðing um skipið

Læs mere

Námsferð 25. mai 5. juni 2017

Námsferð 25. mai 5. juni 2017 Námsferð 25. mai 5. juni 2017 7.a og b - Sankta Frans skúli Foreldrakunning 10. mai 2017 ...líka... Tá ið vit eru liðug í kvøld stápla stólarnar saman Hettutroyggjur við prent Myndatøka juni floksmynd

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 8 des. 2010 63. árið Kirkjuligt Missiónsblað JESUS OG JÓLAMAÐURIN Ert tú veruliga til reiðar at halda jól? Um hesa tiðina er so nógv um at vera, at vit nærum ikki hava stundir til at hugsa um hví vit

Læs mere

Givið út 30. mai 2017

Givið út 30. mai 2017 Givið út 30. mai 2017 Nr. 78 29. mai 2017 Løgtingslóg um broyting í ymiskum lógum á málsøkinum persóns-, húsfólka- og arvarætti (Myndugleikaflyting vegna yvirtøku av málsøkinum) Samsvarandi samtykt Løgtingsins

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 7 nov. 2010 63. árið Kirkjuligt Missiónsblað BJARGING FYRI ØLL! Men alt er frá Guði, sum gjørdi okkum sáttar við seg við Kristi og gav okkum sáttargerðartænastuna, við tað at tað var Guð, sum í Kristi

Læs mere

Liðugfráboðan til eftirlits av Brunaávaringarskipan

Liðugfráboðan til eftirlits av Brunaávaringarskipan Síða 1 av 5 Til Brunaumsjón landsins, Tinghúsvegi 5, 100 Tórshavn Liðugfráboðan til eftirlits av Brunaávaringarskipan Anleggseigari Navn: Bústaður: Att.: Anlaggsadressa Navn: Bústaður: Kontaktpersónur:

Læs mere

1600 Kongalig einaveldistíð

1600 Kongalig einaveldistíð 1600 Kongalig einaveldistíð 7 Upprunin og sambandið millum ymsu atburðirnar og tilburðirnar. Mál Eftir at hava viðgjørt kapittulin skulu næmingarnir kenna til stýrishátt in í fremstu evropeisku londunum

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 5 aug. 2011 64. árið Kirkjuligt Missiónsblað BØN Seinastu tíðina havi eg hugsa nógv um bøn. Tað eru fleiri orsøkir til tess. Vit hava júst verið í einum muslimskum landi í góðar tríggjar mánaðir fyri

Læs mere

Marius smíðar bát í Íslandi. ALS 10 ár. Stór frásøgn frá hátíðarhaldinum. Bjarni Djurholm má steðgast og fiskimonnum má vera tryggjað rættindi.

Marius smíðar bát í Íslandi. ALS 10 ár. Stór frásøgn frá hátíðarhaldinum. Bjarni Djurholm má steðgast og fiskimonnum má vera tryggjað rættindi. Síða 13 Nr. 282 Hósdagur 5. desember 2002 10,- Marius smíðar bát í Íslandi Sigurd Simonsen, seinasti partur. Síða 25 Fiskivunnuráðið: Noktað er fiskimanni sjúkraviðbót hóast lógarheimild Rættarstøðan hjá

Læs mere

Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging

Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging Galdandi frá 1. januar 2016 1. Tryggingaravtalan Stk. 1. Tryggingaravtalan fevnir um bólkalívsavtaluna og niðanfyristandandi tryggingartreytir. Stk. 2. Frávik til

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 6 sep. 2009 62. árið Kirkjuligt Missiónsblað DÁRSKAPUR OG VISDÓMUR 1. Kor. 1: v18 Tí at væl er orð krossins dárskapur fyri teimum, sum glatast, men fyri okkum, sum verða frelstir, er tað Guðs kraft.

Læs mere

HAVNAR KLUBBI oktober Endurgerð av minnisriti Havnar Klubba, tá hann fylti 160 ár.

HAVNAR KLUBBI oktober Endurgerð av minnisriti Havnar Klubba, tá hann fylti 160 ár. Endurgerð av minnisriti Havnar Klubba, tá hann fylti 160 ár. 1799-27.oktober - 1959 Teksturin er ikki broyttur, bert innskannaður, og tí sæst týðiliga, hvussu nógv skriftmálið hevur broytt seg tey seinastu

Læs mere

Svenskur elitusvimjivenjari

Svenskur elitusvimjivenjari Síða 26 Nr. 275 Hósdagur 15. august 2002 10,- Svenskur elitusvimjivenjari til Føroya Svenski Mats fann kærleikan í Føroyum So nú liggur fyri hjá okkara svimjarum Fiskiskapur: Meira av tungu og størri upsi

Læs mere

Men størstur av teimum er kærleikin

Men størstur av teimum er kærleikin Nr. 19 17. september 2017 77. árg. Men størstur av teimum er kærleikin 1. Kor.13,13. Vitið góðtekur ikki altíð arbeiðsháttin hjá kærleikanum, og lívið hevði verið fátækt, um tað var soleiðis. Meðan vitið

Læs mere

HEVUR JESUS NAKRAN TÝDNING

HEVUR JESUS NAKRAN TÝDNING HEVUR JESUS NAKRAN TÝDNING - nú talan um synd og frelsu er avoldað? Missiónsvika á Argjum 13. februar 2016 Alt hevur hann gjørt lagaligt til sína tíð, eisini ævina hevur hann lagt í hjørtu teirra, men

Læs mere

Kvinnurnar við grøvina

Kvinnurnar við grøvina Nr. 2 Mars 2017 70. árið Kvinnurnar við grøvina Luk. 24,1-12. Alvhild Vassel Eide, Noreg - Effie Campbell Hendingin fer fram í lýsingini fyrsta dagin í vikuni ta páskahøgtíðina, tá ið Jesus varð krossfestur,

Læs mere

Tine Færch Jørgensen. Til Trafik- og Byggestyrelsen

Tine Færch Jørgensen. Til Trafik- og Byggestyrelsen Tine Færch Jørgensen Fra: Per Henriksen Sendt: 16. november 2015 13:22 Til: ts Info Cc: Tine Færch Jørgensen Emne: Bemærkninger til udkast til gebyrbekendtgørelser for den civile luftfart

Læs mere

Fakturablanketten virk.dk. 1 At senda elektroniskar rokningar við fakturablanketten

Fakturablanketten virk.dk. 1 At senda elektroniskar rokningar við fakturablanketten Fakturablanketten virk.dk At senda fakturar til kunda via teldupost, har fakturin er viðheftur sum t.d. pdf-skjal, er ikki at rokna sum elektronisk fakturering (talgild fakturering) í hesum sambandi. Talgild

Læs mere

Leiðarans leiklutur og samskifti í broytingum

Leiðarans leiklutur og samskifti í broytingum Leiðarans leiklutur og samskifti í broytingum Jóhannes Miðskarð og Marin G. Petersen Samandráttur Í hesi grein greiða vit frá týdninginum, ið leiðarans leiklutur og samskifti hava undir broytingum. Vit

Læs mere

Bakstøði Ynski var: - At lýsa teir møguleikar og tær treytir eldri fólk í Føroyum hava fyri einum góðum lívi í eldri árum - At lýsa hvørji átøk kunnu

Bakstøði Ynski var: - At lýsa teir møguleikar og tær treytir eldri fólk í Føroyum hava fyri einum góðum lívi í eldri árum - At lýsa hvørji átøk kunnu URININKONTINENS HJÁ KVINNUM MILLUM 60 OG 65 ÁR Í FØROYUM Títtleiki og ávirkan á gerandislivið Ása Róin, Sjúkrarøktarfrøðingur og Master í professiónsmenning Hildur við Høgadalsá, Sjúkrarøktarfrøðingur

Læs mere

Nýggj skip. 70 ár síðan Nólsoy gekk burtur Søgan um ringin sum kom aftur. Svenskari vitjað í Føroyum í 56 ár

Nýggj skip. 70 ár síðan Nólsoy gekk burtur Søgan um ringin sum kom aftur. Svenskari vitjað í Føroyum í 56 ár Síða 21 Svenskari vitjað í Føroyum í 56 ár Nr. 325 Hósdagur 2. september 2004 12,- Tann sum ikki hevur verið í Fugloy hevur ikki verið í Føroyum! Á ferð í Fugloy Síða 11 70 ár síðan Nólsoy gekk burtur

Læs mere

Fiskimaðurin Andrias í Tarti. Vit ynskja honum tillukku og hava 5. part av hansara lívssøgu. M.a. eru vit í barsil hjá Georg L. Samuelsen í 1911.

Fiskimaðurin Andrias í Tarti. Vit ynskja honum tillukku og hava 5. part av hansara lívssøgu. M.a. eru vit í barsil hjá Georg L. Samuelsen í 1911. Nr. 379 Hósdagur 23. november 2006 15,- Síða 6 Søgan um Coronet Frásøgn frá samkomuni í Klaksvík Fiskimaðurin Andrias í Tarti 100 ár Vit ynskja honum tillukku og hava 5. part av hansara lívssøgu. M.a.

Læs mere

Álit. viðvíkjandi klagu um manglandi svar upp á innlitsumbøn

Álit. viðvíkjandi klagu um manglandi svar upp á innlitsumbøn Tórshavn, tann 10. september 2013 J.Nr.:11/ 201300043 / 25 Álit viðvíkjandi klagu um manglandi svar upp á innlitsumbøn Við teldubrævi, dagfest 29. mai 2013, hevur A, Oyggjatíðindi sent umboðsmanninum soljóðandi

Læs mere

Mest støðuga fiskavirkið er í Vági

Mest støðuga fiskavirkið er í Vági Nr. 338 Hósdagur 17. mars 2005 12,- Síða 17 Einki hendir í rækjumálinum Tveir mánaðar eftir freistina hjá løgmanni er einki hent. Small is beautiful kunnu teir eisini siga í Vági. Vit hava vitjað JMA.

Læs mere

samstarva At veita eina um skjóta hettar og tilboðið: goða viðgerð til kvinnur við burðartunglyndi.

samstarva At veita eina um skjóta hettar og tilboðið: goða viðgerð til kvinnur við burðartunglyndi. November 2014 Til allar kommunulæknar í Føroyum November 2014 Til allar kommunulæknar í Føroyum Viðgerðartilboð til kvinnur við burðartunglyndi - Psykiatriski depilin Viðgerðartilboð Hettar brævið er til

Læs mere

TÁ IÐ TIT... Kirkjuligt Missiónsblað. Nr juni árið

TÁ IÐ TIT... Kirkjuligt Missiónsblað. Nr juni árið Nr. 4 15. juni 2007 60. árið Kirkjuligt Missiónsblað TÁ IÐ TIT... Í byrjanini av januar mánaði í ár viðger, Bibelnøglen ein part av Matteusar evangelium. Bibelnøglen er ein bíbliulesiætlan, givin út av

Læs mere

Aftaná eitt misálit Tað hjálpir einki bert at seta nýggjan landsstýrismann. Tað, sum ræður um, er ein fullkomilig umskipan av fiskimálaráðnum.

Aftaná eitt misálit Tað hjálpir einki bert at seta nýggjan landsstýrismann. Tað, sum ræður um, er ein fullkomilig umskipan av fiskimálaráðnum. Nr. 285 Hósdagur 23. januar 2003 10,- Grønlandstíðindi frá Kára við Stein Síða 23 Síða 21 Aftaná eitt misálit Tað hjálpir einki bert at seta nýggjan landsstýrismann. Tað, sum ræður um, er ein fullkomilig

Læs mere

Løgtingið. Tórshavn, tann 24. februar 2009 Vmr J.Nr.:

Løgtingið. Tórshavn, tann 24. februar 2009 Vmr J.Nr.: Løgtingið. Tórshavn, tann 24. februar 2009 Vmr J.Nr.: 200900059 Viðgjørt: ABD Løgtingsmál nr. 149/2008: Uppskot til løgtingslóg um at broyta ymsar vinnufelagalógir (fylgibroytingar til grannskoðaralógina)

Læs mere

Nr. 1 Februar árið

Nr. 1 Februar árið Fællesbrev nr. 126 Arusha 20/1 2016 1 Når vi det? Julebrevet blev skrevet, men sidste fællesbrev har et stykke tid på bagen. I december tog vi endnu en tur til YMCA i Moshi, hvor vi tog en uges ferie.

Læs mere

Skiparin sum virkaði sum tannlækni

Skiparin sum virkaði sum tannlækni Síða 6 Hanna 80 ár Hanna Lisberg er eisini partur av okkara fakfelagssøgu Nr. 374 Hósdagur 24. august 2006 15,- Sjómannadagurin Vit hava øðrvísi frásagnir frá sjómannadegnum Síða 4, 12, 20 & baksíðan 100

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 6 sep. 2012 65. árið Kirkjuligt Missiónsblað SAMFELAG VIÐ GUD 1. Jóh.1,6-10: Um vit siga, at vit hava samfelag við hann, og ganga í myrkrinum, tá ljúgva vit og gera ikki sannleikan. Men um vit ganga

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 8 dec. 2013 66. árið Kirkjuligt Missiónsblað BORGARSKAPUR OKKARA ER Á HIMNUM Borgaraskapur okkara er á himnum. Fil. 3, 20. Trýrt tú á Jesus, ert tú borgari í Guðs ríki. Tað er so lætt at gloyma tað.

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 8 des. 2011 64. árið Kirkjuligt Missiónsblað BARN ER OKKUM FØTT! Tí at barn er okkum føtt, sonur okkum givin, og á herðum hans skal høvdingadømið hvíla; navn hans skal verða kallað undur, rágevi, veldigur

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 8 15. desember 2007 60. árið Kirkjuligt Missiónsblað JESUS, FRELSARI OKKARA Hvat ynskir tú tær til jóla? Hetta er ein sera vanligur spurningur, ið vit fáa settan hesa tíð av árinum. Tað verður bara

Læs mere

Hvat hendi við russarunum?

Hvat hendi við russarunum? Nr. 280 Hósdagur 7. november 2002 10,- Kennir nakar klippfiskamerkið? Vit hava frásøgn um "klippfiskamerkið" frá 1931, men vilja fegin frætta meira. Síða 18 Síða 4 Síða 14 Samrøða við gamla landsdjóralæknan

Læs mere

Lívsins salt. Vit hava verið í Ibiza og hugt eftir saltframleiðslu. Neptun og Nólsoy

Lívsins salt. Vit hava verið í Ibiza og hugt eftir saltframleiðslu. Neptun og Nólsoy Nr. 327 Hósdagur 7. oktober 2004 12,- Síða 5 Frá fiskimanni til trúboðara Herfyri kom út bókin "Johan" við undirheitinum "Fra fisker til menneskefisker". Lívsins salt Vit hava verið í Ibiza og hugt eftir

Læs mere

9.1 Windows Vista Windows Windows XP Privatkundar sum fáa trupulleika við sperring av Netbanka... 12

9.1 Windows Vista Windows Windows XP Privatkundar sum fáa trupulleika við sperring av Netbanka... 12 Brúkaravegleiðing Innihaldsyvirlit Hvussu kemur tú inn á netbankan?... 2 Java trupulleiki... 3 Lykil liggur ikki á røttum stað... 4 6 Hvussu loggar tú teg á netbankan?... 7 Hvussu gert tú Hópflytingar?...

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 3 mai. 2009 62. árið Kirkjuligt Missiónsblað BRYNJA RÆTTLÆTISINS Verið klæddir í brynju rættlætisins Í Ef. 6,14 lesa vit um brynju rættlætisins. Hesi bæði smáu orðini hava nógv at siga okkum. Bæði

Læs mere

Føddur undir Hitler, vaksin upp undir Stalin

Føddur undir Hitler, vaksin upp undir Stalin Nr. 291 Mikudagur 16. apríl 2003 10,- "Smyril/Dúgvan" í Afrika Ungur føroyskur sjómaður hevur hitt "Smyril/Dúgvuna" í Afrika. Síða 25 Ballónin hjá Fíggjarmálaráðnum brostin Grundarlagið fyri "kapringini"

Læs mere

Børn og doyving Kunning til foreldur

Børn og doyving Kunning til foreldur Børn og doyving Kunning til foreldur Børn og doyving Barnið skal fasta við skurðviðgerð.. 3 Kravið viðikjandi at fasta er Áðrenn skurðviðgerð 4 Hvør er leikluturin hjá foreldrunum? Doyving Ymiskir hættir

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 7 nov. 2011 64. árið Kirkjuligt Missiónsblað TEKINI Í JÓHANNES EVANGELIIÐ Jesus gjørdi hitt fyrsta tekinið í einum brúdleypi (Jóh. 2). Hetta brúdleypið var í Kána í Gallilea. Mamma Jesu var boðin við,

Læs mere

Orðið eigur í føroyskari felagsverklóg 1

Orðið eigur í føroyskari felagsverklóg 1 Orðið eigur í føroyskari felagsverklóg 1 Snorri Fjallsbak 2 Tað er stórur munur á einari kanin og einari kanón. Tí er tað sera umráðandi, at vit gera okkum ómak, tá ið vit skriva orðini, og at vit stava

Læs mere

Grindadráp í Tjukotka í Siberia

Grindadráp í Tjukotka í Siberia Nr. 315 Hósdagur 8. apríl 2004 12,- Síða 11 Pavel í Moskva Vit hava hitt Pavel, sum nýtir allar sínar kreftir at hjálpa illa støddum børnum. Síða 7 Vit hava myndafrásøgn frá hvalaveiði í Tjukotka. Grindadráp

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 1 feb. 2011 64. árið Kirkjuligt Missiónsblað KIRGISISTAN Tað eru nógvir møguleikar at dríva missión, og ymiskt er, hvussu menniskju hava hoyrt gleðiboðskapin og komin til trúgv. Men tó er eitt felags

Læs mere

Føroyskur saltfiskur væl umtóktur

Føroyskur saltfiskur væl umtóktur Nr. 294 Hósdagur 29. mai 2003 10,- Landsstýrið hevur sjálvt gjørt fakfeløg til mótpartar Síða 24 Søgan hjá Onnu Evensen Anna Evensen var dóttir tann fyrsta Lützen í Føroyum og mamma A. C. Evensen, sum

Læs mere

Málsgongd Við skrivi, dagfest 12. desember 2008, sendi Mentamálaráðið soljóðandi uppsøgn til klagaran:

Málsgongd Við skrivi, dagfest 12. desember 2008, sendi Mentamálaráðið soljóðandi uppsøgn til klagaran: Tórshavn, tann 23. apríl 2013 J.Nr.:28/ 201200015 / 13 (at tilskila í svari) Tykkara J.nr. Álit viðvíkjandi klagu um skikkaða eftirløn hjá tænastumanni Við skrivi, dagfest 6. februar 2012, hevur A sent

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 3 mai. 2011 64. árið Kirkjuligt Missiónsblað SAMKOMAN Í EFESUS OKKARA SAMKOMA Eingin samkoma er fullkomin her á jørð. Jú, í trúnni eru vit fullkomin fyri Gudi, men her á jørð eru vit syndarar og samkoman

Læs mere

FF-blaðið í Frankaríki Vit vóru bæði á fiskivinnuvitjan og til fótbólt. Drúgv og øðrvísi frásøgn

FF-blaðið í Frankaríki Vit vóru bæði á fiskivinnuvitjan og til fótbólt. Drúgv og øðrvísi frásøgn Nr. 350 Hósdagur 8. september 2005 12,- FF-blaðið í Frankaríki Vit vóru bæði á fiskivinnuvitjan og til fótbólt. Drúgv og øðrvísi frásøgn Síða 11 Petrea: Droymdi lagnuna hjá manningini á Nólsoynni Víst

Læs mere

Heilsan hjá langfarafiskimonnum

Heilsan hjá langfarafiskimonnum Nr. 307 Hósdagur 11. desember 2003 10,- Síða 3 Søgan um John Dam John Dam var ein megnarmaður. Vit ummæla bókina og hava frásøgn frá móttøkuni, tá bókin varð handað. Bátasøgan á Eiði Vit hava fyrsta av

Læs mere

Fólkaheilsukanning Hvussu hevur tú tað 2015

Fólkaheilsukanning Hvussu hevur tú tað 2015 Fólkaheilsukanning 2015 - Hvussu hevur tú tað 2015 Fólkaheilsuráðið juni 2016 Sálarheilsa Sálarheilsa Perceived Stress Scale Í hesi kanningini verður PSS (Perceived Stress Scale) nýtt fyri at meta um sálarheilsuna

Læs mere

Gamlar myndir úr Norðuroyggjum

Gamlar myndir úr Norðuroyggjum Nr. 289 Hósdagur 20. mars 2003 10,- Síða 20 Símun Johan Wolles 70 ár Løgtingsmál viðvíkjandi fiskivinnu og -monnum Vit greiða frá teimum framløgdu tingmálunum, sum viðvíkja fiskimonnum. Síða 6-9 FF hevur

Læs mere

Sólskinssøga á heilsuøkinum

Sólskinssøga á heilsuøkinum Malmberg farin Malmberg var tann seinasti frá Tór 2. Síða 19 Nr. 330 Hósdagur 18. november 2004 12,- Síða 4 Okkurt hendir á heilsuøkinum. Sólskinssøga á heilsuøkinum Bluffið hjá løgmansskrivstovuni Politiska

Læs mere

Kann søgukritiska háttalagið brúkast til bíbliugransking?

Kann søgukritiska háttalagið brúkast til bíbliugransking? Kann søgukritiska háttalagið brúkast til bíbliugransking? Eftir Jonhard Jógvansson, stud. theol. Í hesi grein ætli eg mær at viðgera spurningin, um hitt søgukritiska háttalagið kann brúkast til bíbliugransking.

Læs mere

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR Tórshavn, tann 5. november 2007 J.Nr.: 200700058 (at tilskila í svari) Viðgjørt: Álit viðvíkjandi avgerð hjá Løgmansskrivstovuni um noktan av almennum innliti í skjøl viðvíkjandi føroysku sendistovuni

Læs mere

DOM. Under denne sag, der er anlagt den 16. august 2010, har sagsøgerne, A, B, C, D, E, F, H, I, J og K, nedlagt påstand om:

DOM. Under denne sag, der er anlagt den 16. august 2010, har sagsøgerne, A, B, C, D, E, F, H, I, J og K, nedlagt påstand om: DOM Afsagt den 14. juni 2011 i sag nr. BS 1270/2010: A, B, C, D, E, F, G, H, I, J og K mod TAKS Under denne sag, der er anlagt den 16. august 2010, har sagsøgerne, A, B, C, D, E, F, H, I, J og K, nedlagt

Læs mere

Nám. Í læraravegleiðingini er eisini eyka tilfar, sum nýtast kann, um tíð er til tess og uppgávur eru á

Nám. Í læraravegleiðingini er eisini eyka tilfar, sum nýtast kann, um tíð er til tess og uppgávur eru á Formæli Kristni 8 er grundbók í kristni til 8. flokk. Kristni 8 byrjar við ymsum skapanarsøgum og viðger síðani Ápostlasøguna við serligum atliti til Pætur og Paulus. Ein kapittul er um einglar í skriftini,

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 4 juni. 2011 64. árið Kirkjuligt Missiónsblað SAMKOMAN Í EFESUS Brævið til Efesus (Opb. 2,1-8) Eingin samkoma er fullkomin her á jørð. Jú, í trúnni eru vit fullkomin fyri Gudi, men her á jørð eru vit

Læs mere

Nr. 321 Hósdagur 8. juli ,- Síða 17 Baksíðan Síða 9 Síða 3 Síða 14

Nr. 321 Hósdagur 8. juli ,- Síða 17 Baksíðan Síða 9 Síða 3 Síða 14 Nr. 321 Hósdagur 8. juli 2004 12,- Karl verið í sama reiðarí í 25 ár Góð reiðarí fáa fiskimenn at støðast. Karl hevur verið í sama reiðarí í 25 ár. Síða 17 Lorraine við skriviborðið hjá Anettu, har hon

Læs mere

Kanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum

Kanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum Kanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum LØGTINGIÐ 19 nevndin Kanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum 19 nevndin: Joen Magnus Rasmussen, formaður Kristina Háfoss, næstforkvinna Helgi Abrahamsen

Læs mere

Frá elstu døgum H A V N A R K L U B B A

Frá elstu døgum H A V N A R K L U B B A Frá elstu døgum H A V N A R K L U B B A Árið 1974 er eitt merkisár í søgu Havnar Klubba: Klubbin hevur 175 ár á baki, stovnaður sum hann var í oktober 1799. Sjálvur stovningardagurin er eftir sum menn

Læs mere

Mette stange Lena Jacobsen týddi OG FLOKSLEIÐSLA

Mette stange Lena Jacobsen týddi OG FLOKSLEIÐSLA Mette stange Lena Jacobsen týddi SAMVIRKISNÁM OG FLOKSLEIÐSLA Mette stange Lena Jacobsen týddi SAMVIRKISNÁM OG FLOKSLEIÐSLA Mette Stange Lena Jacobsen hevur týtt og lagað til føroyskt Upprunaheiti: COOPERATIVE

Læs mere

OVERENSKOMST 2011 til 2015

OVERENSKOMST 2011 til 2015 OVERENSKOMST 2011 til 2015 MELLEM FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ og FARMAKONOMFORENINGEN 1 Ansættelse... 3 2 Løn... 3 Farmakonomer og defektricer... 3 Mellemledere... 3 Ledende farmakonom/souschef... 3 Systemansvarlige

Læs mere

Heilsu- og innlendismálaráðið

Heilsu- og innlendismálaráðið Heilsu- og innlendismálaráðið Løgtingið Dagfesting: 5. mars 2018 Mál nr.: 17/00573-95 Málsviðgjørt: MHR Løgtingsmál nr. 109/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í anordning om ikrafttræden for Færøerne

Læs mere

ATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN H71 - NEISTIN. Sunnudagin 28. september kl. 16.00 Hoyvíkshøllin

ATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN H71 - NEISTIN. Sunnudagin 28. september kl. 16.00 Hoyvíkshøllin KAPPINGARÁRIÐ 2014-15 HEIMA Í HOYVÍK ATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN H71 - NEISTIN Sunnudagin 28. september kl. 16.00 Hoyvíkshøllin Pensjón Betri at hava gott í væntu 1. januar 2014 kemur nýggja pensjónslógin

Læs mere

Blað teirra eldru. Landsfelag Pensjónista. Klaksvík við nýggja Røktarheiminum í miðjuni oman móti sjónum. Nr. 33 September 2013 Limablað

Blað teirra eldru. Landsfelag Pensjónista. Klaksvík við nýggja Røktarheiminum í miðjuni oman móti sjónum. Nr. 33 September 2013 Limablað Landsfelag Pensjónista Nr. 33 September 2013 Limablað Blað teirra eldru Mynd: Jørgin við Úlvsá Klaksvík við nýggja Røktarheiminum í miðjuni oman móti sjónum 2 Oddagrein Pensjónistar í fátækradømi Seinastu

Læs mere

Nr mai árg. Lívsins orð

Nr mai árg. Lívsins orð Nr. 9 4. mai 2014 74. árg. Lívsins orð Farið og stígið fram og talið í halgidóminum øll hesi lívsins orð til fólkið! Áps. 5,20. Lívsins orð styttri kann tað ikki sigast, hvat ið kristindómur er. Lívsins

Læs mere

Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland

Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland I medfør af 41, stk. 6, 53, stk. 8, og 95 i lov om arbejdsløshedsforsikring m.v., jf. lovbekendtgørelse

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 7 nov. 2009 62. árið Kirkjuligt Missiónsblað VIT BOÐA KRIST KROSSFESTAN 1. Kor. 1,19-25: Tí at skrivað stendur:»eg vil týna vísdóm vísmanna, og vitsku vitra manna vil eg gera til einkis.«hvar er vísmaður?

Læs mere