Eilif Mortansson. 14. januar oktober Ein av okkara virknastu rithøvundum

Størrelse: px
Starte visningen fra side:

Download "Eilif Mortansson. 14. januar oktober Ein av okkara virknastu rithøvundum"

Transkript

1 Eilif Mortansson 14. januar oktober 1989 Ein av okkara virknastu rithøvundum

2 Eilif Mortansson er ikki millum mest navnframu føroysku rithøvundar, hóast hann er ein tann virknasti høvundurin, vit eiga. Men hann skrivaði á donskum, og hann skrivaði eisini undirhaldsbókmentir, eitt nú gentu- og dreingjabøkur, sum ikki hava staðið so høgt í metum hjá teimum, sum vilja hava bókmentir altíð at vera list. Eilif Mortansson er føddur á Tvøroyri 14. januar Hann var sonur Johan Mortensen, lærara úr Øravík, og Kathrinu Mariu f. Nolsøe, á Tvøroyri. Tvøroyri var um hetta mundið ein framkomin fiskivinnubygd, og har var fiskaarbeiði til nógvar hendur. Í minningarorðum í Oyggjaskeggja (nr. 6, november 1989), eftir at Eilif andaðist 28. oktober hetta árið, skrivar Samuelina Hansen, at Eilif sum smádrongur spældi á fjalli og í fjøru sum aðrir dreingir, men hann las eisini nógvar bøkur, ja, alt hann kundi fáa hendur á. Sjey ára gamal fekk hann eina sjúku í mjødnina, og hann lá leingi á sjúkrahúsi í Danmark. Heimafturkomin helt hann seg nógv innandura. Tá kundi hann sita í tímavís uppi á loftinum og lesa. Hann las Salomonsens konversationsleksikon tvær ferðir og Familie Journal, og sum 11 ára gamal hevði hann lisið Saxo Gramaticus Danmarks Riges Krønike bæði eina og tvær ferðir. Eilif tók preliminerprógv í heimbygdini, men fór til Danmarkar á Rungsted Gymnasium og tók studentsprógv har í Hann las løgfrøði eitt stutt skifti, men fór so at lesa skógarfrøði og tók prógv sum skógarvørður í Eitt fak, sum neyvan átti at verið tað fyrsta hjá føroyingi at valt, tí trøini eru sum kunnugt fá her á landi. Eilif arbeiddi nøkur ár sum skógarvørður, men heilsan var ikki til slíkt arbeiði, og hann fekk síðan starv á Kongliga Bókasavninum í Keypmannahavn. Men hann hevði eisini hug at skriva, og longu tá hann gekk í barnaskúla varnaðust lærarar, at hann hevði gávur at gerast rithøvundur. Fyrsta barnabókin hjá honum Krybskyttens dreng kom í 1942, og so komu bøkurnar hvør eftir aðra í hvussu er einar 70 í tali. Hann skrivaði framhald av hesi fyrstu bókini Mysteriet paa Haldnæs (1942) og Skovbranden (1944), sum allar fara fram í umhvørvi, har skógur er. Dreingjabókin En vild krabat (1942) við undirheitinum Fortælling fra Færøerne er um ein rokaligan keypmansson í Føroyum í tíðini, tá ið nógvur fiskur varð turkaður til suðurlendskar marknaðir. Morbróðurin Páll J. Nolsøe og pápi hansara týddu bókina til føroyskt við heitinum Ein ribbaldur, og Hjalmar Jacobsens bókahandil gav út í Bókin fekk góð ummæli, og í Føroyatíðindi (nr. 46, 4. desember 1948) skrivar A. m.a.: ein røtt dreingjabók, sum einhvør raskur drongur vil finna fragd í at lesa. Í Dagblaðnum (19. november 1948) í ummæli við heitinum Ein føroysk dreingjabók verður í einum broti sagt: Føroyskir dreingir eiga at keypa hesa bók og vita, at eydnast henda royndin væl, fylgja fleiri bøkur á føroyskum eftir.

3 Í 1943 kom fyrsta Susy-bókin, Susy Rødtop, om den viltre og temperamentsfulde skovriderdatter Susy, hendes trygge og spændende tilværelse i skovriderhjemmet og i skoven alene og med sin veninde Solvejg, sum tað stendur í eini av umrøðunum. Hetta eru sonevndar gentubøkur, gerandisrealisma við spenningi í, og tað koma einar 20 av hesum bókunum í eini røð. Tann seinasta kom í Hetta vóru nógv lisnar bøkur, og tær eru týddar til nógv ymisk mál. Tá ið endurútgávurnar komu í 1970 árunum, vórðu bøkurnar nakað umskrivaðar, so at tær hóskaðu betur til nýggjar tíðir. Susy-bøkurnar komu út við høvundanavninum Gretha Stevns, sum er navnið hjá konuni. Eilif brúkti eisini hetta høvundaheiti, tá ið hann skrivaði tær sonevndu Pernille-bøkurnar. Tann fyrsta í hesi røðini kom út í 1949 og tann seinasta í Tær eru eisini seinni útkomnar í nýggjum broyttum útgávum. Eilif skrivaði eisini aðrar barnabøkur. Hann brúkti rithøvundaheitið Peter Pløk, tá ið hann skrivaði tær tríggjar Rasmus-bøkurnar: Rasmus Rævepels (1944), Rasmus på Kostskole (1944) og Rasmus klarer Paragrafferne (1945), sum komu út á forlagnum Barfod. Á sama forlagi kom eisini ein rættilig dreingjabók Raske drenge (1948). Seinasta dreingjabókin av hesum slagnum En gæv gut kom út í 1961 á forlagnum Branner og Korch. Á permuni verður henda bókin lýst soleiðis: I et særpræget, saltvandsfrisk og spændende millieu på Færøerne foregår handlingen i denne bog, hvis hovedperson er Torstein, en kvik dreng, der efter sin fars død sætter sig for at hjælpe sin syge mor og to yngre søstre. Det er strengt nødvendigt at skaffe penge for at klare den gæld, som Torsteins mor har til den gerrige købmand, der har truet med at gøre udlæg i enkens hus. Hetta orðalagið minnir um tað, sum verður brúkt í nútímans kunning til útlendsk ferðafólk, sum koma higar, men eisini eru í lýsingini tilsipingar til sosialt órættvísi og royndirnar at vinna á tí. Eilif skrivaði eisini eina myndabók til smábørnini, Trolde-Wolle (1966), sum Jess Larsen hevði myndprýtt. Eilif Mortansson er eisini skaldsøguhøvundur. Fyrsta skaldsøgan hjá honum, Malan, kom út í Hetta er søga um lívið í eini lívligari lítlari føroyskari handilsbygd, har slaturin gongur, og har tann vakra Malan fær eina harða lagnu. Kanska ein søga um teir vandar, ið fylgja við skjótt íkomnum nýggjum tíðum. Í Føroyatíðindi (23. desember 1952) fær Malan sera gott ummæli, og ummælini í donskum bløðum eru sum heild hampuliga góð. Thorkild Hansen sigur í ummæli í Information (19. desember 1952), at bókin er ein Talentfuld dansk debutroman, og sigur hana kunna gerast en af begivenhederne i dette aars bogsæson. Hann kallar Eilif Mortansson romantikara, ið ikki er ólíkur tí romantiska Johannes V. Jensen. Eisini Jens Kistrup heldur í ummæli í Berlingske Tidende (6. desember 1952) bókina vera góða, og hann samanber hana við skaldsøgurnar hjá William Heinesen, uttan at hann kortini heldur hana hava somu skaldsligu dygdir. Talan er um eina fólksliga skaldsøgu, sigur hann, sum er undirhaldandi.

4 Síðan kom skaldsøgan Snebjørn í 1954, Danserinden í 1959 og Han gik sig over sø og land í Í Føroyatíðindi (12. februar 1955) fær Snebjørn sera gott ummæli. Bókin er væl úr hondum greidd, og hin gamla søgnin um føroyingin Snæbjørn er komin í skaldsøgu, sum stendur mát við tær mætastu. Ummælarin,m í Dagblaðnum (7. november 1959) heldur bókina Danserinden vera góða og meiri væleydnað enn skaldsøgan Snebjørn, har Eilif var ov bundin at søgnini, til at bókin gjørdist hansara egna. Í Danserinden lesa vit søguna um fiskagentuna April, sum er nøgd við at vaska fisk, men rættiliga livir lívið, tá ið hon er í dansi í dansistovuni. April hevur lítið áræði, hon hevur dreymar, men tað tykist, sum ongin stiril er í henni. Hon giftist, men dansurin dregur framvegis. Ummælarin sigur, at lýsingin av hesi fiska- og dansigentu er eydnast frálíka væl, og hann peikar eisini á líkheitir við bøkurnar hjá William Heinesen, men fýlist á stílin, sum ger, at bókin kann minna um,stuttleikalestur. Hans Thomsen hevur týtt hesar bøkurnar, og tær hava verið lisnar upp í útvarpinum. Føroyska týðingin av Snebjørn við føroyska heitinum Snæbjørn er útgivin í Seinasta skaldsøgan, Den korte sommer. En kærlighedshistorie fra Færøerne, kom í Tann óvanliga vakra danska apotekaradótturin er komin til Føroyar í summarfrí. Nógvir liggja framvið at fáa hana, men hetta summarið heldur hon saman við Dánjali, sum mamman ikki heldur vera nóg fínan til dóttrina, sum skjótt fer niður aftur at lesa til prest. Í Sosialinum (5. november 1983) ummælir A.M.M. skaldsøguna og sigur, at søgan er hugtakandi og skemtilig, og bókin er ikki løtt at leggja frá sær, hevur ein fyrst tikið hana í hondina. Ummælarin heldur tó, at persónarnir verða lýstir heldur einstáttaðir, og aðrir ummælarar nevna hetta eisini. Ummælarin í Sosialinum heldur eisini, at stættamunurin, sum hevur so avgerandi týdning í sambandinum millum tann fátæka Dánjal og fínu apotekaradóttrina, er órealistiskur, tá ein hugsar um, at skaldsøgan skal eitast at fara fram einaferð í 1960 unum. Eilif skrivaði eisini nógvar náttúrulýsingar og stuttsøgur, og nakað av hesum stóð at lesa í donskum bløðum og er eisini savnað í teimum báðum útgávunum Færøske stemninger (1949) og Sælsomme historier (1968), sum forlagið Branner og Korch gav út. Danska forlagið Branner og Korch er stovnað í 1949 og gav út lættar og væl umtóktar bøkur sum eitt nú tær hjá Morten A. Korch. Eilif Mortansson er ikki minst kendur her í Føroyum fyri tær fimm barnabøkurnar í røðini um Magnus Heinason. Hann byrjaði at skriva hesar bøkurnar í 1940 árunum, og tann fyrsta, Havets helt, kom í Hann hevði sett seg væl inn í alt tað søguliga í hesum sambandi og lisið keldur á Ríkisskjalasavninum og Kongliga bókasavninum í Keypmannahavn, og hann hevði eisini lisið annað, hann kundi fáa hendur á, um tjóðarhetju okkara. Hann mintist, at hann ein dagin síðst í 1930 árunum kom at fylgjast við Janusi Djurhuus í Keypmannahavn, og tá ið teir komu á Gamla Torg, bað Janus Eilif fara úr húgvuni, tí teir stóðu á halgum staði, tí her var Magnus hálshøgdur. Men teir vistu eisini báðir, at Magnus aftaná fekk heiðursuppreisn.

5 Bókadeildin hjá Lærarafelagnum gav árini út eina føroyska týðing av hesum bókunum. Bókaraðið er: Ein sjógarpur (1992), Sjórænaraskip í eygsjón (1993), Sjórænarar á Norðhavinum (1993), Svíkjari innanborða (1994) og Seinasta ferð skiparans (1995). Systir Eilif, Elin Mortensen, hevði umsett. Magnus Heinason er gitin fyri at hava rikið sjórænarar burtur úr føroyskum sjóøki, men hann hevði fíggindar millum teirra, sum sótu við valdinum, og hesir gjørdust honum meinari enn sjórænararnir. Tað gongur viðhvørt harðliga fyri seg í hesum bókunum um Magnus Heinason, og onkur ummælari helt tað vera ov nógv av harðskapi í bókunum. Hugsa vit um í dag, nú børn spæla telduspøl, har ofta nógvur harðskapur kemur fyri, tykist harðskapurin í hesum bókunum ikki so ógvisligur longur. Bøkurnar hava nýliga, í sambandi við at 100 ár eru liðin, síðan Eilif Mortansson varð føddur, verið lisnar upp í barnaútvarpinum. Meiningarnar um dygdirnar í skaldskapinum hjá Eilif Mortansson hava, sum tað sæst, verið ymiskar. Munurin, ið varð gjørdur á teimum góðu og minni góðu bókmentunum, hevði stóran týdning fyrr, men er ikki so nógv frammi longur. Nú lesa fólk tað, sum teimum dámar, og vit fegnast bara um, at tey lesa, tí tað at lesa bøkur er ikki so eyðsýnt longur, nú allir hesir nýggju miðlarnir standa okkum øllum í boði. Eilif Mortansson búði tað mesta av ævi síni í Danmark. Hann vitjaði tó á Tvøroyri um sumrarnar, har hann eisini plagdi at fara at fiska síl. Hann verður sagdur at hava verið ein livandi og skemtingarsamur og gávuríkur maður. Tey senastu árini hann livdi, plagdi hann at hava stuttar yrkingar í Dimmalætting. Hansara bøkur hava verið nógv lisnar, og fleiri av teimum eru týddar til nógv ymisk mál. Nú eru tær týðandi partur av okkara bókmentafrøði og bókmentasøgu. Eilif Mortansson andaðist 28. oktober Erhard Jacobsen, leiðari

6 Bókmentir/tilfar Jógvan Arge: Føroyar havi eg her í stovuni. Um rithøvundin Eilif Mortansson. Útvarpssending 25.desember Thorolf Dam: Trý skrivandi systkin. Í: Viðskerin, nr. 37, 22. februar 1997, s Um Axel, Elin Og Eilif Mortensen. Samulina Hansen: Minningarorð. Eilif Mortansson. Í: Oyggjaskeggi, nr. 6, 6. november Pól á Kletti: Ein stórvirkin høvundur. Í: Dimmalætting nr. 3, 22. januar 2016, s Mentanarkaféin: Eilif Mortansson 100 ár. Sent 14. januar Elin Mortensen: Skaldskapurin hjá Eilifi Mortansson. Í: Varðin, bind 61, 1994, s Torben Weinreich: Historien om børnelitteratur. Dansk børnelitteratur gennem 400 år. København, Branner og Korch, (Serliga brotið Den kulørte litteratur s ). Mette Winge: Susy Rødtop. Í: Politiken, 15. september 2001, Bøger s. 16.

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál. Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál. Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess DANSK 1-2-3 Danskt sum 1., 2. og 3. mál Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess Hvat halda næmingar um danskt og undirvísing í donskum / Hvad synes eleverne om dansk og danskundervisningen? Spørgeskemaundersøgelse

Læs mere

Marius smíðar bát í Íslandi. ALS 10 ár. Stór frásøgn frá hátíðarhaldinum. Bjarni Djurholm má steðgast og fiskimonnum má vera tryggjað rættindi.

Marius smíðar bát í Íslandi. ALS 10 ár. Stór frásøgn frá hátíðarhaldinum. Bjarni Djurholm má steðgast og fiskimonnum má vera tryggjað rættindi. Síða 13 Nr. 282 Hósdagur 5. desember 2002 10,- Marius smíðar bát í Íslandi Sigurd Simonsen, seinasti partur. Síða 25 Fiskivunnuráðið: Noktað er fiskimanni sjúkraviðbót hóast lógarheimild Rættarstøðan hjá

Læs mere

http://www.vagaportal.fo/pages/posts/oli-jacobsen-skrivar-v...

http://www.vagaportal.fo/pages/posts/oli-jacobsen-skrivar-v... Page 1 of 9 Mikudagur 26 August 2009 Set til startsíðu Lýsingar Um Vágaportalin Forsíða Vágatíðindi Onnur tíðindi Mentan Bøkur Tónleikur Framsýningar Ólavur í Beiti tann 06/06/2009 kl. 18:34 Tiltøk Krutl

Læs mere

Søgan um "Vesturhavið Blíða"

Søgan um Vesturhavið Blíða Síða 28 Nr. 284 Hósdagur 9. januar 2003 10,- Føroysk kirkjufólk á Filippinunum Grønlandstíðindi frá Kára við Stein Síða 23 Gamlar Havnarmyndir Carolina Heinesen greiðir m.a. frá, tá gamli Rubek, f. 1816,

Læs mere

Út á Fagranes, har 7 fiskimenn mistu lívið í 1927

Út á Fagranes, har 7 fiskimenn mistu lívið í 1927 Nr. 300 Hósdagur 28. august 2003 10,- Síða 10 Umboð fyri Tony Blair á fund við FF Tony Blair hevur sovæl Irak sum føroysku fiskidagaskipanina í huganum. Seinasti partur av Onnu Evensen Út á Fagranes, har

Læs mere

forbindelse med både ansættelse, ændring i ansættelsesforhold og ved afslutning af ansættelsen.

forbindelse med både ansættelse, ændring i ansættelsesforhold og ved afslutning af ansættelsen. Retningslinie Uppgávu- og ábyrgdarbýtið ímillum og eindir/leiðarar á LS, tá ið byrjar í starvi, broytir starv innanhýsis ella fer úr starvi / Opgave og ansvarsfordeling mellem medarbejdere og afdelinger

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 3 mai. 2010 63. árið Kirkjuligt Missiónsblað KALLIÐ Legg tú á Harran tínar leiðir, og lít tú á hann, hann man tað útinna. Sálm. 37,5. Kallið, til at arbeiða í Guds ríki, er Guds gáva til hvørt einstakt

Læs mere

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál DANSK 1-2-3 Danskt sum 1., 2. og 3. mál Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess Hvat halda føroyskir lærarar um danskt og undirvísing í donskum / Hvad synes færøske lærere om dansk og danskundervisningen?

Læs mere

Fólkaheilsukanning Hvussu hevur tú tað 2015

Fólkaheilsukanning Hvussu hevur tú tað 2015 Fólkaheilsukanning 2015 - Hvussu hevur tú tað 2015 Fólkaheilsuráðið juni 2016 Sálarheilsa Sálarheilsa Perceived Stress Scale Í hesi kanningini verður PSS (Perceived Stress Scale) nýtt fyri at meta um sálarheilsuna

Læs mere

Sigurd fekk medalju fyri sigling í krígstíð í Íslandi

Sigurd fekk medalju fyri sigling í krígstíð í Íslandi Síða 4 Ættarliðsskifti í Realinum Nr. 344 Hósdagur 9. juni 2005 12,- Mynd: Kristian M. Petersen Síða 9 Sigurd fekk medalju fyri sigling í krígstíð í Íslandi Sigurd Joensen sum umboðar FF við Johannu, fekk

Læs mere

Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar

Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar OLE WICH 2013 Javnaðarflokkurin á Fólkatingi Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir

Læs mere

Sagsøgeren har påstået sagsøgte dømt til at betale 42.400 kr. med procesrente fra den 26. juni 2003, subsidiært procesrente fra den 22. april 2008.

Sagsøgeren har påstået sagsøgte dømt til at betale 42.400 kr. med procesrente fra den 26. juni 2003, subsidiært procesrente fra den 22. april 2008. DOM Afsagt af retten på Færøeme den 22. december 2009 IBS-sagnr. 619/2008 Skatteyderi mod TAKS Samandráttur: Málið snýr seg partvís um saksøkjarin, skattagjaldari, skal rinda mvg av skrásetingaravgjaldinum

Læs mere

Minni um teir, sum sigldu og teir, sum doyðu undir krígnum Ferðin hjá "Johannu" eitt rimmar tiltak.

Minni um teir, sum sigldu og teir, sum doyðu undir krígnum Ferðin hjá Johannu eitt rimmar tiltak. Nr. 345 Hósdagur 23. juni 2005 12,- Baksíðan Býráðslimurin av Trøllanesi Signhild kann greiða frá hvussu útoyggjapoltikkur kann skipast. Mynd: Kristian M. Petersen Minni um teir, sum sigldu og teir, sum

Læs mere

Klagan til TV2. Hvat kann gerast. Upplivdi illveðrið í 1932, ið beindi fyri formanni í FF. Livravirkið á Eiði. Frásøgn hjá Andrew Godtfred:

Klagan til TV2. Hvat kann gerast. Upplivdi illveðrið í 1932, ið beindi fyri formanni í FF. Livravirkið á Eiði. Frásøgn hjá Andrew Godtfred: Nr. 323 Hósdagur 5. august 2004 12,- Síða 13 Livravirkið á Eiði Nýggj roynd at gagnnýta livrina og aðrar úrdráttir. Vit hava verið á Eiði og hitt virkisleiðaran Onnu Katrin Matras. Síða 9 Frásøgn hjá Andrew

Læs mere

Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding av elinnleggjarum

Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding av elinnleggjarum Johan Dahl, landsstýrismaður Vinnumálaráðið Tinganes FO-100 Tórshavn Landsstýrismálanevndin 01.06.2011 j. nr. 7.13-20110005 14 bl/td (at tilskila í svari) Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding

Læs mere

Givið út 30. mai 2017

Givið út 30. mai 2017 Givið út 30. mai 2017 Nr. 78 29. mai 2017 Løgtingslóg um broyting í ymiskum lógum á málsøkinum persóns-, húsfólka- og arvarætti (Myndugleikaflyting vegna yvirtøku av málsøkinum) Samsvarandi samtykt Løgtingsins

Læs mere

Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland

Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland I medfør af 41, stk. 6, 53, stk. 8, og 95 i lov om arbejdsløshedsforsikring m.v., jf. lovbekendtgørelse

Læs mere

HAVNAR KLUBBI oktober Endurgerð av minnisriti Havnar Klubba, tá hann fylti 160 ár.

HAVNAR KLUBBI oktober Endurgerð av minnisriti Havnar Klubba, tá hann fylti 160 ár. Endurgerð av minnisriti Havnar Klubba, tá hann fylti 160 ár. 1799-27.oktober - 1959 Teksturin er ikki broyttur, bert innskannaður, og tí sæst týðiliga, hvussu nógv skriftmálið hevur broytt seg tey seinastu

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 6 sep. 2011 64. árið Kirkjuligt Missiónsblað BØNARLÍV Í Jóh. 2,1-11 læra vit nógv av Mariu um bøn. Maria fer beina leið til Jesus við síni bøn. Hon sigur Jesusi frá, hvat vertsfamiljuni tørvar. Bøn

Læs mere

Aftaná eitt misálit Tað hjálpir einki bert at seta nýggjan landsstýrismann. Tað, sum ræður um, er ein fullkomilig umskipan av fiskimálaráðnum.

Aftaná eitt misálit Tað hjálpir einki bert at seta nýggjan landsstýrismann. Tað, sum ræður um, er ein fullkomilig umskipan av fiskimálaráðnum. Nr. 285 Hósdagur 23. januar 2003 10,- Grønlandstíðindi frá Kára við Stein Síða 23 Síða 21 Aftaná eitt misálit Tað hjálpir einki bert at seta nýggjan landsstýrismann. Tað, sum ræður um, er ein fullkomilig

Læs mere

Børn og doyving Kunning til foreldur

Børn og doyving Kunning til foreldur Børn og doyving Kunning til foreldur Børn og doyving Barnið skal fasta við skurðviðgerð.. 3 Kravið viðikjandi at fasta er Áðrenn skurðviðgerð 4 Hvør er leikluturin hjá foreldrunum? Doyving Ymiskir hættir

Læs mere

Um sjónleikir og sjónleikarar á Strondum og eina forkunnuga vitjan í Heygsstøð í 1959

Um sjónleikir og sjónleikarar á Strondum og eina forkunnuga vitjan í Heygsstøð í 1959 Um sjónleikir og sjónleikarar á Strondum og eina forkunnuga vitjan í Heygsstøð í 1959 Elstu frásøgn um sjónleik í Føroyum hava vit frá J.C.Svabo. Hann skrivar í ritgerð síni, Indberetninger fra er Reise

Læs mere

Tine Færch Jørgensen. Til Trafik- og Byggestyrelsen

Tine Færch Jørgensen. Til Trafik- og Byggestyrelsen Tine Færch Jørgensen Fra: Per Henriksen Sendt: 16. november 2015 13:22 Til: ts Info Cc: Tine Færch Jørgensen Emne: Bemærkninger til udkast til gebyrbekendtgørelser for den civile luftfart

Læs mere

Ein livandi Kristus til ein doyggjandi heim

Ein livandi Kristus til ein doyggjandi heim Ein livandi Kristus til ein doyggjandi heim John Drane prestur segði frá lívssøgu síni í God Channel. Hann kom ikki úr einum kristnum heimi. John var nógv hjá abba sínum, sum heldur ikki var trúgvandi.

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 3 mai. 2012 65. árið Kirkjuligt Missiónsblað BÍBLIAN - KELDA TIL LJÓS OG FATAN Tá ið Sun Yat-sen, sum var ein politiskur oddamaður í Kina í 1912, einaferð varð spurdur, nær stóra vekingin í Kina byrjaði,

Læs mere

Magni Laksáfoss. Magni Laksáfoss, Fróðskaparsetur Føroya

Magni Laksáfoss. Magni Laksáfoss, Fróðskaparsetur Føroya Føroyski búskapurin - eitt sindur øðrvísi - Magni Laksáfoss Magni Laksáfoss Búskaparfrøðingur Arbeiði við phd-verkætlan: Kanning av føroyska búskapinum Stuðlað av: BP Amoco Exploration (Faroes) Ltd. The

Læs mere

Heilsan hjá langfarafiskimonnum

Heilsan hjá langfarafiskimonnum Nr. 307 Hósdagur 11. desember 2003 10,- Síða 3 Søgan um John Dam John Dam var ein megnarmaður. Vit ummæla bókina og hava frásøgn frá móttøkuni, tá bókin varð handað. Bátasøgan á Eiði Vit hava fyrsta av

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 7 nov. 2012 65. árið Kirkjuligt Missiónsblað VIT MUGU HAVA HEILAGA ANDAN. Uttan halgan skal eingin síggja Harran! (Heb.12,14) Tað er ein sannleiki, sum nógv kenna, men sum fá veruliga hugsa um. Hvussu

Læs mere

Enok maðurin, sum gekk við Gudi

Enok maðurin, sum gekk við Gudi Enok maðurin, sum gekk við Gudi Les ið: 1. Mós. 5,21-23; Hebr. 11,5-6 og Judas v. 1-1 UMSKIFTIÐ. Bíbliulesarar kenna helst Enok sum mannin, sum gekk saman við Gudi. Eitt umskifti kom í lívi Enoks, tá ið

Læs mere

Løgmaður um fiskivinnuna

Løgmaður um fiskivinnuna Nr. 348 Hósdagur 11. august 2005 12,- Ein einastandandi frásøgn um persónligar royndir av nasismuni, sum endaðu við ferðaseðil til Auschwitz. Hanna - týskur jødi undir nasismuni: Fyrst tóku teir pápan,

Læs mere

Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging

Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging Galdandi frá 1. januar 2016 1. Tryggingaravtalan Stk. 1. Tryggingaravtalan fevnir um bólkalívsavtaluna og niðanfyristandandi tryggingartreytir. Stk. 2. Frávik til

Læs mere

Fiskimaðurin Andrias í Tarti. Vit ynskja honum tillukku og hava 5. part av hansara lívssøgu. M.a. eru vit í barsil hjá Georg L. Samuelsen í 1911.

Fiskimaðurin Andrias í Tarti. Vit ynskja honum tillukku og hava 5. part av hansara lívssøgu. M.a. eru vit í barsil hjá Georg L. Samuelsen í 1911. Nr. 379 Hósdagur 23. november 2006 15,- Síða 6 Søgan um Coronet Frásøgn frá samkomuni í Klaksvík Fiskimaðurin Andrias í Tarti 100 ár Vit ynskja honum tillukku og hava 5. part av hansara lívssøgu. M.a.

Læs mere

SAMNORDISK PENSIONÄRSKULTUR Tórshavn, Føroyar 3-10 august 2014

SAMNORDISK PENSIONÄRSKULTUR Tórshavn, Føroyar 3-10 august 2014 SAMNORDISK PENSIONÄRSKULTUR Tórshavn, Føroyar 3-10 august 2014 Góðu norðurlendsku vinir, Tórshavn hin 10 December 2013 Tað er okkum ein gleði at bjóða tær til Føroya í samband við Samnordisk Pensionärskultur

Læs mere

Lívsins salt. Vit hava verið í Ibiza og hugt eftir saltframleiðslu. Neptun og Nólsoy

Lívsins salt. Vit hava verið í Ibiza og hugt eftir saltframleiðslu. Neptun og Nólsoy Nr. 327 Hósdagur 7. oktober 2004 12,- Síða 5 Frá fiskimanni til trúboðara Herfyri kom út bókin "Johan" við undirheitinum "Fra fisker til menneskefisker". Lívsins salt Vit hava verið í Ibiza og hugt eftir

Læs mere

Skiparin sum virkaði sum tannlækni

Skiparin sum virkaði sum tannlækni Síða 6 Hanna 80 ár Hanna Lisberg er eisini partur av okkara fakfelagssøgu Nr. 374 Hósdagur 24. august 2006 15,- Sjómannadagurin Vit hava øðrvísi frásagnir frá sjómannadegnum Síða 4, 12, 20 & baksíðan 100

Læs mere

Svenskur elitusvimjivenjari

Svenskur elitusvimjivenjari Síða 26 Nr. 275 Hósdagur 15. august 2002 10,- Svenskur elitusvimjivenjari til Føroya Svenski Mats fann kærleikan í Føroyum So nú liggur fyri hjá okkara svimjarum Fiskiskapur: Meira av tungu og størri upsi

Læs mere

Sólskinssøga á heilsuøkinum

Sólskinssøga á heilsuøkinum Malmberg farin Malmberg var tann seinasti frá Tór 2. Síða 19 Nr. 330 Hósdagur 18. november 2004 12,- Síða 4 Okkurt hendir á heilsuøkinum. Sólskinssøga á heilsuøkinum Bluffið hjá løgmansskrivstovuni Politiska

Læs mere

Ársins studentur. Áhugaverd frásøgn frá meslingagrindini, sum var í Gøtu í Vit hava myndir frá grindini, sum ikki fyrr hava verið alment kendar.

Ársins studentur. Áhugaverd frásøgn frá meslingagrindini, sum var í Gøtu í Vit hava myndir frá grindini, sum ikki fyrr hava verið alment kendar. Síða 2 Nr. 272 Hósdagur 4. juli 2002 10,- Ársins studentur Lesið søguna um Áka sum hóast sera skerdan førleika kortini fekk studentsprógv. Vitjan á Sjóbjargingarstøðini Neyðug kunning fyri øll siglandi.

Læs mere

Úr: Føroyar The New Millennium Series 2000: Føroyskar bókmentir

Úr: Føroyar The New Millennium Series 2000: Føroyskar bókmentir Føroyar The New Millennium Series 2000: Føroyskar bókmentir Kvæðini Fyrsti skaldskapur føroyinga varð borin munn av munni, frá ættarliði til ættarlið. Stóri kvæðaskattur føroyinga er fremsta eyðkenni fyri

Læs mere

Strongdkanning av limum hjá Starvsmannafelagnum. Gjørd av Fegin Ábyrgdari: Niclas Heri Jákupsson

Strongdkanning av limum hjá Starvsmannafelagnum. Gjørd av Fegin Ábyrgdari: Niclas Heri Jákupsson Strongdkanning av limum hjá Starvsmannafelagnum Gjørd av Fegin Ábyrgdari: Niclas Heri Jákupsson Svarað: 711 Kyn Aldur Hjúnarbandsstøða Hvussu leingi hevur tú starvast á núverandi arbeiðsplássi? 45% 42%

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 6 sep. 2012 65. árið Kirkjuligt Missiónsblað SAMFELAG VIÐ GUD 1. Jóh.1,6-10: Um vit siga, at vit hava samfelag við hann, og ganga í myrkrinum, tá ljúgva vit og gera ikki sannleikan. Men um vit ganga

Læs mere

- Webundersøgelse, Fólkaskúlaráðið, oktober 2013. Fólkaskúlaráðið. Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på

- Webundersøgelse, Fólkaskúlaráðið, oktober 2013. Fólkaskúlaráðið. Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på Fólkaskúlaráðið Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på og erfaringer med ressourcentre på skolerne 2013 Udarbejdet af Scharling Research for bestyrelsen i Fólkaskúlaráðið, oktober 2013 Scharling.dk

Læs mere

Føroyskur saltfiskur væl umtóktur

Føroyskur saltfiskur væl umtóktur Nr. 294 Hósdagur 29. mai 2003 10,- Landsstýrið hevur sjálvt gjørt fakfeløg til mótpartar Síða 24 Søgan hjá Onnu Evensen Anna Evensen var dóttir tann fyrsta Lützen í Føroyum og mamma A. C. Evensen, sum

Læs mere

Veiðihagtøl fyri lunda Bergur Olsen og Jens-Kjeld Jensen

Veiðihagtøl fyri lunda Bergur Olsen og Jens-Kjeld Jensen Veiðihagtøl fyri lunda Bergur Olsen og Jens-Kjeld Jensen 24.1.211 Her verður ein samandráttur skrivaður um tey fyrstu úrslitini. Seinni verður ein nágreinilig frágreiðing skrivað sum eitt smárit til Havstovuna,

Læs mere

Skipari kláraði tað, sum læknar ikki kundu! Læknarnar vildi taka beinið av Palla, men hann noktaði.

Skipari kláraði tað, sum læknar ikki kundu! Læknarnar vildi taka beinið av Palla, men hann noktaði. Nr. 357 Hósdagur 22. desember 2005 12,- FF-blaðið og Føroya Fiskimannafelag ynskja øllum okkara sjófólki, lesarum og føroyingum annars ein gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár. Síða 14 Atlantic

Læs mere

Dreymurin um at sleppa við júst

Dreymurin um at sleppa við júst Síða 21 Nr. 381 Hósdagur 21. desember 2006 15,- Leistur fyri pensjónsskipan hjá fikimonnum Dreymurin um at sleppa við júst Ummæli av nýggju bókini um Júst í Túni Síða 23 Fiskimenn og ALS aftur komið á

Læs mere

Smiðjan á Skipanesi Brot úr okkara smiðjusøgu. Okkara maður í Nambia. Er prískappingin í vanda? Børn á Sanatoriinum

Smiðjan á Skipanesi Brot úr okkara smiðjusøgu. Okkara maður í Nambia. Er prískappingin í vanda? Børn á Sanatoriinum Síða 4 Nr. 372 Hósdagur 27. juli 2006 15,- Hvussu minka við gapið millum fiskimenn og fiskifrøði? Frásøgn frá fundi við Menakhem Ben Yami Eru vit við at fara aftur í 80-ini? Síða 26 Er prískappingin í

Læs mere

Við Sólarris í Grønlandi í Realurin 50 ár. Skiparar í Føroyskir fiskimenn í Hirtshals

Við Sólarris í Grønlandi í Realurin 50 ár. Skiparar í Føroyskir fiskimenn í Hirtshals Nr. 346 Hósdagur 14. juli 2005 12,- Baksíðan 10. báturin hjá Kiwanis Báturin er hesa ferð smíðaður av Joen Petur Clementsen av Sandi. Vit lýsa málið um fiskidagarnar. M.a. við framløgu hjá Kjartan Hoydal

Læs mere

Fiskimaðurin sum gjørdist dýnukongur

Fiskimaðurin sum gjørdist dýnukongur Nr. 362 Hósdagur 9. mars 2006 15,- Síða 18 Er løgmaður sjálvur forðing fyri egnari visjón? Fiskimaðurin sum gjørdist dýnukongur Vit fara aftur um Jákup á Dul Jacobsen. Síða 12 Villleiddi Útvarpið danska

Læs mere

Tøl um royking í Føroyum

Tøl um royking í Føroyum Tøl um royking í Føroyum Speki 2008 Pál Weihe yvirlækni Sjúkrahúsverk Føroya Sigmundargøta 5, Postsmoga 14, FO-110 Tórshavn Tlf.: +298 31 66 96, Fax: +298 31 97 08, Heimasíða: www.health.fo, T-postur:

Læs mere

HEVUR JESUS NAKRAN TÝDNING

HEVUR JESUS NAKRAN TÝDNING HEVUR JESUS NAKRAN TÝDNING - nú talan um synd og frelsu er avoldað? Missiónsvika á Argjum 13. februar 2016 Alt hevur hann gjørt lagaligt til sína tíð, eisini ævina hevur hann lagt í hjørtu teirra, men

Læs mere

"Okkara maður" í Sandoynni fyllir runt. Sigmund verður 75. Vit dokumentera, at sjónvarpstíðindini vóru fupp. Úr Syðrugøtu til Aberdeen

Okkara maður í Sandoynni fyllir runt. Sigmund verður 75. Vit dokumentera, at sjónvarpstíðindini vóru fupp. Úr Syðrugøtu til Aberdeen Nr. 352 Hósdagur 6. oktober 2005 12,- "Okkara maður" í Sandoynni fyllir runt. Síða 3 Sigmund verður 75 Fupp og fakta um tilfeingisgjald og -rentu Vit dokumentera, at sjónvarpstíðindini vóru fupp Síða 6

Læs mere

Men størstur av teimum er kærleikin

Men størstur av teimum er kærleikin Nr. 19 17. september 2017 77. árg. Men størstur av teimum er kærleikin 1. Kor.13,13. Vitið góðtekur ikki altíð arbeiðsháttin hjá kærleikanum, og lívið hevði verið fátækt, um tað var soleiðis. Meðan vitið

Læs mere

11. december (Indsendelsesbekendtgørelsen) Kapitel 1 Anvendelsesområde

11. december (Indsendelsesbekendtgørelsen) Kapitel 1 Anvendelsesområde Nr. 1385 11. december 2007 Bekendtgørelse for Færøerne om indsendelse og offentliggørelse af årsrapporter m.v. hos den færøske registreringsmyndighed, sum broytt við kunngerð nr. 32 frá 22. apríl 2014

Læs mere

90 ár síðani skaðagrindina. í Sandvík

90 ár síðani skaðagrindina. í Sandvík Síða 11 Nr. 335 Hósdagur 3. februar 2005 12,- Ran farin fyrsta túrin Enn eru knotur í føroyingum 90 ár síðani skaðagrindina í Sandvík 13. februar eru liðin 90 ár síðani ringastu skaðagrind í søguni. Vit

Læs mere

hægri útbúgvingartilboð í Føroyum er tað møguligt? Hannes Gislason, Prof., PhD., deildarleiðari, Náttúruvísindadeildin

hægri útbúgvingartilboð í Føroyum er tað møguligt? Hannes Gislason, Prof., PhD., deildarleiðari, Náttúruvísindadeildin Fjarlestur frá topp 16 til 100 hægri útbúgvingartilboð í Føroyum er tað møguligt? g Hannes Gislason, Prof., PhD., deildarleiðari, Náttúruvísindadeildin 2 Fjarlestur skrá Evnir Hví fjarlestur? Fjarlestur

Læs mere

Mikudagin TANN 15. apríl verður ráðstevna á Hotel Føroyum um multiresistentar bakteriur og antibiotikaresistens

Mikudagin TANN 15. apríl verður ráðstevna á Hotel Føroyum um multiresistentar bakteriur og antibiotikaresistens Mikudagin TANN 15. apríl verður ráðstevna á Hotel Føroyum um multiresistentar bakteriur og antibiotikaresistens Átøkini, ið verða framd til tess at fyribyrgja spjaðing av MRSA (Methicillin resistente Staphylococcus

Læs mere

Mest støðuga fiskavirkið er í Vági

Mest støðuga fiskavirkið er í Vági Nr. 338 Hósdagur 17. mars 2005 12,- Síða 17 Einki hendir í rækjumálinum Tveir mánaðar eftir freistina hjá løgmanni er einki hent. Small is beautiful kunnu teir eisini siga í Vági. Vit hava vitjað JMA.

Læs mere

Blákrossheimið Ársfrágreiðing 2017

Blákrossheimið Ársfrágreiðing 2017 Blákrossheimið Ársfrágreiðing 2017 Innihald Um stovnin 2 Nevndin 2 Starvsfólk 2 Játtan 2 Rakstur 3 Samstarv 3 Bíðilisti 3 Ástøði í heildarviðgerðini 4 Hagtøl 5 Viðgerð býtt eftir slagi 5 Viðgerð - býtt

Læs mere

Skaldskapur av manna munni

Skaldskapur av manna munni Skaldskapur av manna munni Mynd: Elinborg Lützen Framsýning á Landsbókasavninum september - oktober 2015 Í stovu still og um víðan vøll Hósdagin 3. september 2015 læt upp framsýning á Landsbókasavninum,

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 6 sep. 2009 62. árið Kirkjuligt Missiónsblað DÁRSKAPUR OG VISDÓMUR 1. Kor. 1: v18 Tí at væl er orð krossins dárskapur fyri teimum, sum glatast, men fyri okkum, sum verða frelstir, er tað Guðs kraft.

Læs mere

SVEINASTYKKIÐ HJÁ NIELS CHRISTOFFER DEBES

SVEINASTYKKIÐ HJÁ NIELS CHRISTOFFER DEBES BLAÐ NR. 51 HAVNAR HANDVERKARAFELAG SVEINASTYKKIÐ HJÁ NIELS CHRISTOFFER DEBES ODDAGREIN SJÓNARHORNIÐ: TORKIL SØRENSEN Umbygging av ogn felagsins í Stoffalág Sum samtykt á aðalfundi varð útbjóðingar tilfar

Læs mere

Kanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum

Kanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum Kanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum LØGTINGIÐ 19 nevndin Kanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum 19 nevndin: Joen Magnus Rasmussen, formaður Kristina Háfoss, næstforkvinna Helgi Abrahamsen

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 7 nov. 2008 61. árið Kirkjuligt Missiónsblað JESU FANGI Tá ið Jesus varð tikin uttanfyri Getsemane urtagarð, varð hann førdur til Kaifas, høvuðsprestin, har hann varð avhoyrdur og sat fangi nakrar

Læs mere

ATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN H71 - NEISTIN. Sunnudagin 28. september kl. 16.00 Hoyvíkshøllin

ATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN H71 - NEISTIN. Sunnudagin 28. september kl. 16.00 Hoyvíkshøllin KAPPINGARÁRIÐ 2014-15 HEIMA Í HOYVÍK ATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN H71 - NEISTIN Sunnudagin 28. september kl. 16.00 Hoyvíkshøllin Pensjón Betri at hava gott í væntu 1. januar 2014 kemur nýggja pensjónslógin

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 3 mai. 2011 64. árið Kirkjuligt Missiónsblað SAMKOMAN Í EFESUS OKKARA SAMKOMA Eingin samkoma er fullkomin her á jørð. Jú, í trúnni eru vit fullkomin fyri Gudi, men her á jørð eru vit syndarar og samkoman

Læs mere

Søgan hjá einum krígssiglara. 75 ár liðin síðan sorgarleikin við "Riddaranum" Síða 2. Síða 13. Síða 22

Søgan hjá einum krígssiglara. 75 ár liðin síðan sorgarleikin við Riddaranum Síða 2. Síða 13. Síða 22 Síða 2 Nr. 277 Hósdagur 26. september 2002 10,- Eingin hummari á Skeiva Banka Síða 13 Søgan hjá einum krígssiglara Sigurð Simonsen í Fuglafirði greiðir frá síni sigling undir krígnum. Síða 22 75 ár liðin

Læs mere

Trupulleikar og møguleikar við upsanum. Upsaátakið vísti, at møguleikar eru fyri upsanum, men teir koma neyvan av sær sjálvum.

Trupulleikar og møguleikar við upsanum. Upsaátakið vísti, at møguleikar eru fyri upsanum, men teir koma neyvan av sær sjálvum. Nr. 334 Hósdagur 20. januar 2005 12,- Síða 18 FF bjargaði føroyskum sjálvsavgerðarrætti Vitjanin hjá donsku fíggjarnevndini váttaði, at tað var FF, sum í summar bjargaði Føroyum undan danska uppílegging

Læs mere

Nr. 321 Hósdagur 8. juli ,- Síða 17 Baksíðan Síða 9 Síða 3 Síða 14

Nr. 321 Hósdagur 8. juli ,- Síða 17 Baksíðan Síða 9 Síða 3 Síða 14 Nr. 321 Hósdagur 8. juli 2004 12,- Karl verið í sama reiðarí í 25 ár Góð reiðarí fáa fiskimenn at støðast. Karl hevur verið í sama reiðarí í 25 ár. Síða 17 Lorraine við skriviborðið hjá Anettu, har hon

Læs mere

Hvat hendi við russarunum?

Hvat hendi við russarunum? Nr. 280 Hósdagur 7. november 2002 10,- Kennir nakar klippfiskamerkið? Vit hava frásøgn um "klippfiskamerkið" frá 1931, men vilja fegin frætta meira. Síða 18 Síða 4 Síða 14 Samrøða við gamla landsdjóralæknan

Læs mere

Kvinnan við Sikarsbrunn Partur II Joh. 4, 1-43

Kvinnan við Sikarsbrunn Partur II Joh. 4, 1-43 Kvinnan við Sikarsbrunn Partur II Joh. 4, 1-43 1 Óuppiborðin felagsskapur við Jesus Jesus kennir trupulleikarnar hjá hesi kvinnu, men hann veit eisini, hvør loysnin er. Hann veit altíð, hvør loysnin er.

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 7 nov. 2010 63. árið Kirkjuligt Missiónsblað BJARGING FYRI ØLL! Men alt er frá Guði, sum gjørdi okkum sáttar við seg við Kristi og gav okkum sáttargerðartænastuna, við tað at tað var Guð, sum í Kristi

Læs mere

Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin. Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014

Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin. Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014 Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014 Integration og eksklusión versus inklusión Integratión merkir at vera so normalur, sum gjørligt,

Læs mere

Vitjan hjá sjómanninum ið gjørdist borgmeistari. Hóttanin úr Kina: Tímaløn kr. 3 Íslendsk frásøgn frá fiskavirkjum í Kina. Síða 3

Vitjan hjá sjómanninum ið gjørdist borgmeistari. Hóttanin úr Kina: Tímaløn kr. 3 Íslendsk frásøgn frá fiskavirkjum í Kina. Síða 3 Nr. 311 Hósdagur 12. februar 2004 12,- Síða 18 Rinda fýra tímalønir fyri eitt toskarhøvd Í Nigeria rinda tey fýra tímalønir fyri somu toskarhøvd, sum okkara børn fýsa at. Nýggja samgongan Hvat kunnu vit

Læs mere

FF-blaðið í Frankaríki Vit vóru bæði á fiskivinnuvitjan og til fótbólt. Drúgv og øðrvísi frásøgn

FF-blaðið í Frankaríki Vit vóru bæði á fiskivinnuvitjan og til fótbólt. Drúgv og øðrvísi frásøgn Nr. 350 Hósdagur 8. september 2005 12,- FF-blaðið í Frankaríki Vit vóru bæði á fiskivinnuvitjan og til fótbólt. Drúgv og øðrvísi frásøgn Síða 11 Petrea: Droymdi lagnuna hjá manningini á Nólsoynni Víst

Læs mere

ICES viðurkennir. Bjargingarroynd í Vágsbotni. Fiskaren vitjar FF. Bernhard 5. partur. Løgtingsins umboðsmaður setir kærarar í gapistokk.

ICES viðurkennir. Bjargingarroynd í Vágsbotni. Fiskaren vitjar FF. Bernhard 5. partur. Løgtingsins umboðsmaður setir kærarar í gapistokk. Síða 8 ICES viðurkennir Nr. 340 Hósdagur 14. apríl 2005 12,- óvissu í ráðgeving Tættari samband við Rusland Síða 17 Ferð til Murmansk Bjargingarroynd í Vágsbotni Baksíðan Umboðsmaðurin Løgtingsins umboðsmaður

Læs mere

Konference om affald på havet

Konference om affald på havet Konference om affald på havet Miljøtilsyn lavet af Skipaeftirlitið Skipaeftirlitið (maritime( myndigheder) Tilsyn som er krævet efter bekendtgørelse nr. 122 fra den 25. november 2005 / 11 stk. 3 og aftale

Læs mere

Vit hava drúgva frásøgn frá landsfundinum hjá FF. Í komandi blað hava vit meira tilfar, so sum hagtøl hjá FF. Landsfundur FF s

Vit hava drúgva frásøgn frá landsfundinum hjá FF. Í komandi blað hava vit meira tilfar, so sum hagtøl hjá FF. Landsfundur FF s Baksíðan Nr. 333 Hósdagur 6. januar 2005 12,- Jólahugni í Undirhúsinum Vit hava drúgva frásøgn frá landsfundinum hjá FF. Í komandi blað hava vit meira tilfar, so sum hagtøl hjá FF. Síða 11 Landsfundur

Læs mere

Verkið liðugt hjá Líggjasi

Verkið liðugt hjá Líggjasi Nr. 325 Hósdagur 2. september 2004 12,- Síða 9 Barbistovusøgan Naena Danielsen skrivar um Barbistovuættina í Syðrugøtu. Í Lopra hittu vit Jákup Joensen, sum ikki hevur givið skarvin yvir hóast pensjónistaaldur.

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 5 aug. 2011 64. árið Kirkjuligt Missiónsblað BØN Seinastu tíðina havi eg hugsa nógv um bøn. Tað eru fleiri orsøkir til tess. Vit hava júst verið í einum muslimskum landi í góðar tríggjar mánaðir fyri

Læs mere

Leiðarans leiklutur og samskifti í broytingum

Leiðarans leiklutur og samskifti í broytingum Leiðarans leiklutur og samskifti í broytingum Jóhannes Miðskarð og Marin G. Petersen Samandráttur Í hesi grein greiða vit frá týdninginum, ið leiðarans leiklutur og samskifti hava undir broytingum. Vit

Læs mere

Nýggj skip. 70 ár síðan Nólsoy gekk burtur Søgan um ringin sum kom aftur. Svenskari vitjað í Føroyum í 56 ár

Nýggj skip. 70 ár síðan Nólsoy gekk burtur Søgan um ringin sum kom aftur. Svenskari vitjað í Føroyum í 56 ár Síða 21 Svenskari vitjað í Føroyum í 56 ár Nr. 325 Hósdagur 2. september 2004 12,- Tann sum ikki hevur verið í Fugloy hevur ikki verið í Føroyum! Á ferð í Fugloy Síða 11 70 ár síðan Nólsoy gekk burtur

Læs mere

Heilsulýsing Landslæknans 2011-2012

Heilsulýsing Landslæknans 2011-2012 ISSN 0903-7772 Heilsulýsing Landslæknans 2011-2012 Greitt úr hondum hevur Høgni Debes Joensen, landslækni Medical Report 2011-2012 from the Chief Medical Officer in the Faroes 1 2 Heilsulýsing Landslæknans

Læs mere

Gazet í Kirkjubø staðfesti gullaks fyri 100 árum síðani

Gazet í Kirkjubø staðfesti gullaks fyri 100 árum síðani Nr. 306 Hósdagur 27. november 2003 10,- Síða 2 Skeljaráðstevnan Víst hava gomlu føroyingarnir etið agn! Óli Samró granskar í Hollandi Óli skipar fyri altjóða ráðstevnu komandi ár. Síða 21 Gazet í Kirkjubø

Læs mere

Føddur undir Hitler, vaksin upp undir Stalin

Føddur undir Hitler, vaksin upp undir Stalin Nr. 291 Mikudagur 16. apríl 2003 10,- "Smyril/Dúgvan" í Afrika Ungur føroyskur sjómaður hevur hitt "Smyril/Dúgvuna" í Afrika. Síða 25 Ballónin hjá Fíggjarmálaráðnum brostin Grundarlagið fyri "kapringini"

Læs mere

Framleiðsla av salti

Framleiðsla av salti Síða 2 Nr. 329 Hósdagur 5. november 2004 12,- Sámal Jákup farin í land Aftaná 50 ár á sjónum er Sámal Jákup givin. 100 ár síðan fyrsta Gøtuskipið fórst Tað gekk illa hjá fyrstu gøtumonnum, sum fingu sær

Læs mere

4. ÁRSFJÓRÐINGUR 2008 BLAÐ NR. 28 HAVNAR HANDVERKARAFELAG

4. ÁRSFJÓRÐINGUR 2008 BLAÐ NR. 28 HAVNAR HANDVERKARAFELAG BESTUR Í KONGARÍKINUM 4. ÁRSFJÓRÐINGUR 2008 BLAÐ NR. 28 HAVNAR HANDVERKARAFELAG 1 handverkarin_28_2008.indd 1 4/12/08 16:27:21 BESTUR Í KONGARÍKINUM Vit líta aftur um bak Nú árið er farið at halla kunnu

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 8 des. 2010 63. árið Kirkjuligt Missiónsblað JESUS OG JÓLAMAÐURIN Ert tú veruliga til reiðar at halda jól? Um hesa tiðina er so nógv um at vera, at vit nærum ikki hava stundir til at hugsa um hví vit

Læs mere

Hugburður til føroysk yrkisorð

Hugburður til føroysk yrkisorð JÓGVAN Í LON JACOBSEN Hugburður til føroysk yrkisorð Endamálið við hesi grein er at siga eitt sindur um hugburð føroyinga til føroysk yrkisorð og um yrkisorðafrøði yvirhøvur. Grundarlagið undir greinini

Læs mere

Nýggj stjórnarskipan má fyrst og fremst verja borgaran

Nýggj stjórnarskipan má fyrst og fremst verja borgaran Nr. 360 Hósdagur 9. februar 2006 15,- Baksíðan Føroyingurin Jón fingið heiðursbræv í Kanada Føroyingar seta okkara land á heimskortið. Ein av hesum er Jón. Vit hava frásøgn frá livrafundinum í seinastu

Læs mere

Kr. 49,95 Í stóran mun eru tað tilflytarar, sum hava ment ferðavinnuna í Nólsoy. Ein avgjørdur høvuðspersónur er Tjóðhild Patursson

Kr. 49,95 Í stóran mun eru tað tilflytarar, sum hava ment ferðavinnuna í Nólsoy. Ein avgjørdur høvuðspersónur er Tjóðhild Patursson Kr. 49,95 1 12. útgáva Vetur 2017 4. árg. Tjóðhild loftar ferðavinnuni Í stóran mun eru tað tilflytarar, sum hava ment ferðavinnuna í Nólsoy. Ein avgjørdur høvuðspersónur er Tjóðhild Patursson Gáloysnar

Læs mere

Fiskivinnufróðskaparsetur

Fiskivinnufróðskaparsetur Nr. 368 Hósdagur 1. juni 2006 15,- Síða 21 Løgmaður fremur sensur Lýsir bert sjónarmið hjá sínum fjølmiðlum á heimasíðu. Fiskivinnufróðskaparsetur í Scalloway Síða 6 Hevur næmingar úr Falklandsoyggjunum

Læs mere

Liðugfráboðan til eftirlits av Brunaávaringarskipan

Liðugfráboðan til eftirlits av Brunaávaringarskipan Síða 1 av 5 Til Brunaumsjón landsins, Tinghúsvegi 5, 100 Tórshavn Liðugfráboðan til eftirlits av Brunaávaringarskipan Anleggseigari Navn: Bústaður: Att.: Anlaggsadressa Navn: Bústaður: Kontaktpersónur:

Læs mere

Aðalfundur í Realinum

Aðalfundur í Realinum Síða 11-12 & 17 Nr. 271 Hósdagur 20. juni 2002 10,- Skiparin á Jóhannu, sum endaði í Esbjerg Samrøða við Joen Jakku Justinussen, sum hevur roynt fiskiskap í Danmark sum fáur annar Tá tipoldurabbi Finnboga

Læs mere

Kreppa í norska fiskiídnaðinum. Gretha á Malta verður 70 ár. Føroyskar skipasmiðjur eru kappingarførar. Íslendskt reiðarí:

Kreppa í norska fiskiídnaðinum. Gretha á Malta verður 70 ár. Føroyskar skipasmiðjur eru kappingarførar. Íslendskt reiðarí: Síða 9 Nr. 278 Hósdagur 10. oktober 2002 10,- Gretha á Malta verður 70 ár Síða 16 Sat í fongsli fyri fakfelagsvirksemi Vit hava hitt samstarvsfelaga hjá Lech Walesa, sum á egnum kroppi hevur følt, hvat

Læs mere

Tíðindi úr Føroyum tann 10. okt Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 10. okt Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni. Tíðindi úr Føroyum tann 10. okt. 2015 Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni. Framhaldandi gott heystveður Danjal av Rana 10.10.2016 (08:29) Eitt sterkt hátrýst liggur

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 1 feb. 2011 64. árið Kirkjuligt Missiónsblað KIRGISISTAN Tað eru nógvir møguleikar at dríva missión, og ymiskt er, hvussu menniskju hava hoyrt gleðiboðskapin og komin til trúgv. Men tó er eitt felags

Læs mere

Ríki maður og Lázarus Luk. 16,

Ríki maður og Lázarus Luk. 16, Ríki maður og Lázarus Luk. 16, 19-31. Úr bókini Sæden er Guds ord Øivind Andersen Hetta líknilsið er av øðrum slag, enn tað vit hava sæð í Matteus Evangeliinum. Her snýr tað seg ikki um myndatalu ella

Læs mere

Ein fiskivinnubygd í Íslandi

Ein fiskivinnubygd í Íslandi Síða 2-3 Nr. 270 Hósdagur 6. juni 2002 10,- Sinnisbati 20 ár Vit hava frásøgn um 20 ára haldið hjá Sinnisbata og søguna um byrjanina til felagið Tíðindi úr Grønlandi Kári við Stein hevur aftur tíðindi

Læs mere

Heilsu- og innlendismálaráðið

Heilsu- og innlendismálaráðið Heilsu- og innlendismálaráðið Løgtingið Dagfesting: 5. mars 2018 Mál nr.: 17/00573-95 Málsviðgjørt: MHR Løgtingsmál nr. 109/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í anordning om ikrafttræden for Færøerne

Læs mere