Grikkar Evropeisku lærararnir

Størrelse: px
Starte visningen fra side:

Download "Grikkar Evropeisku lærararnir"

Transkript

1 Grikkar Evropeisku lærararnir 3 Í lærugreinini søga í skúlanum verður hugt at menniskjanum og samfelagnum bæði frá politiskum, sosialum, búskaparligum, mentanarligum og hugmyndafrøðiligum sjónarhornum. Evnini taka støði í tí, sum myndar samleikan hjá einstaklinginum og felags søguliga samleikan. Mál Eftir at hava gingið gjøgnum henda kapittulin skulu næmingarnir kenna til elstu evropeisku søguna, úr Kreta til Aleksandur Mikla. vita at fólkaræðið hevur sín uppruna í Athen, har valdið lá hjá einum fólkatingi. kenna til korini í trælasamfelagnum, t.e. grikska samfelagið í antikk ini vera tilvitandi um mentanararv okkara, t.e. okkara samband við bókmentir, list, tónleik og náttúruvísindi í antikkini. Uppgávur Uppgávurnar til partin um grikkarnar fevna víða, og tær ment anarsøgu ligu uppgávurnar spenna víðari enn bert tað politiska. Tankin er, at kapittulin skal kunna vera knýttur saman við øðrum lærugreinum, sum t.d. føroyskum, myndlist og kristni/átrúnað og at tað tá skulu vera mong støð, ið knýta lærugreinirnar saman. Fagurbókmentir: Courtauld, Sarah: Søgan um trælahaldið, 2011 Grønur krabbi - 1. partur og tíðartalva aftast. Gaarder, Jostein: Heimurin hjá Sofíu Henriksen, Jeffrei: Odysseus, 1982 McCaughrean, Geraldine: Daidalos og Ikaros, Kong Midas McCaughrean, Geraldine: Persefone og granatæblekernerne, Kapløbet mod Atalante Rasmussen, Vang: Herakles, 1975 Rasmussen, Vang: Jason, 1975 Fakbókmentir: Adams, Simon: Arkæologi detektiver Hull, Robert: Grækenland (Den gamle verden) Ikoner : kunst i det antikke Grækenland Murrell, Deborah: Græsk kriger Simpson, Judith: De gamle grækere Filmar: Sofies verden Alexander 300 1

2 Kreta 1. Hvussu kunnu vit vita nakað um elstu søguna hjá Kreta? 2. Stórur partur av tekstinum um Kreta snýr seg um Knossosborgina. Greið frá um Knossos. 3. Finn dømi um sumt úr elstu søguni hjá Kreta, sum vit kenna úr fornfrøðiligum fundum. 4. Hvør var Arthur Evans? 5. Hví var einki frárensl í baðikarinum í Knossosborgini? 6. Fá tær pappír og litir. Tekna Minotaurus! 2

3 Søgn ella sannleiki? Set striku undir tey orð, tú ikki skilir og fá greiðu á, hvat orðini merkja. Brúka orðabøkur ella leita á netinum. Tarvaspælið Heimssøga Fram til 1700 s. 36 Tarvurin hevði ein stóran leiklut í trúnni hjá kretabúgvum. Knossosborgin var t.d. prýtt við tarvshornum úr steini. Funnar eru eisini myndir av fólki, sum leypa um bukk upp um tarvar. Á myndunum sær tað út, sum tikið verður í hornini á rennandi tarvi og bóltað rút um rygg in á honum og lent aftur standandi á fót unum. Mundi tað vera soleiðis tað gekk fyri seg? Ja, tað er ein spurningur, sum granskarar ikki fáa samst um. Tvey ástøði finnast, ið hvør í sínum lag geva boð uppá, hvat myndirnar vísa. Sambært fyrra ástøðinum er tarvurin knýtt ur at veiðu. Teir avmyndaðu eru ungir dreingir, sum skulu gerast vaksnir veiðimenn. Myndirnar eru symbolskar og vísa ikki veruleik an tað er ógjørligt sjálvt hjá akrobatum at gera hetta kynstrið. Sambært seinna ástøðinum hevur tarvurin við fruktbari at gera. Hann var dyrkaður sum gudur, og tarvslopini fóru veruliga fram. Fólk blivu enntá ofrað til tarvsgudin, fyri at skurðurin skuldi gerast góður. Borgin Grevstur í Knossosborgini vísir, at bygningurin hevði fleiri hæddir við til samans 1500 rúmum og mongum, longum gongum. Her vóru innigarð ar, pela-gongir, trappur, offurstøð, matargoymsl ur, skjól og makligar íbúðir. Í út grevstrinum vórðu funnar leivdir av fleiri veggja málning um, og Arthur Evans, fornfrøðingur, sum gróv Knossos fram fyrst í 1900-talinum, lat nakrar teirra restaurera. Fleiri granskarar halda, at borgin var bústað ur kongs; her helt hann til. Eftirsum kongur var ovasti leiðarin á Kreta, samstundis sum hann var hægsti prestur, var borgin miðstøð bæði fyri politikk og trúgv. Roknskapirnir, sum funnir eru, eru kanska yvirlit yvir skattin frá jarðarbrúkinum har nærhendis. Allur skatt ur varð goldin við vøru, t.d. sáðkornum og olju úr oljuberjum, sum vórðu goymd í stórum krukkum. Eingi verndarvirki standa kring Knossos, og verður tað tikið sum tekin um, at fólkini í Kreta livdu í friði. At tey livdu væl av handli og jarðarbrúki, sæst av fund u num, ið eru gjørdir í útgrevstri. Aðrir granskarar vilja vera við, at borgin er eitt stórt gravstað, sum var ætlað teimum deyðu og ikki teimum livandi. Prógv fyri hesum skal m.a. vera, at baðikarið í borgini einki frárensl hevur. Trappustigini eru heldur ikki heil, og stórir partar av borgini tykjast vera læst við stórum steinum. Arthur Evans fann enntá eina kongatrúnu úr alabasti, og stólarnir í Altjóða dómstólinum í Haag hava fingið sama skap sum hon. Hugsan in við hesum er, at dómararnir skulu hava hin rættvísa Minos kong úr søgnini í huga og brúka hann sum fyrimynd í arbeiði sínum. Eing in veit, um Minos kongur hevur verið til í veruleikanum, men í frásagnunum verður hann lýstur sum ein góður, rættvísur og friðarelskandi kongur. 1. Myndin av tarvsspælinum í Knossos verður tulkað ymiskt. Í tekstinum omanfyri eru nevnar tvey ástøði viðvíkjandi myndini. Set striku undir lykilorðini í teim ymsu ástøðunum. 2. Í tekstinum verður víst á tvær frá greið ingar, sum geva hvør sítt boð, hvat borgin varð brúkt til. Set striku undir lykilorðini í teim ymsu frágreiðingunum. 3. Søgn ella sannleiki? Hvat heldur tú? 3

4 Søgnin um Minotaurus Set striku undir tey orð, tú ikki skilir og fá greiðu á, hvat orðini merkja. Brúka orðabøkur ella leita á netinum. Tá ið kongasonurin Theseus kom til Athen og frætti, at sjey ungar gentur og sjey ungir dreingir úr býnum júst skuldu umborð á eitt skip við kós móti Kreta, har tey skuldu verða ofrað til ódjórið Minotaurus, beyð hann sær til at fylgjast við teimum og lovaði at beina fyri beistinum. Minotaurus hevði tarvshøvd og mannakropp og varð hildin fangi í villiniborgini í Knossos. Níggjunda hvørt ár noyddust atenbúgvar at senda ungdómar út í Kreta, har teir skuldu verða ofraðir til Minotaurus hetta var avleiðingin av friðaravtalu millum Minos kong á Kreta og pápa Theseusar, Aigeus kongur í Athen. Aigeus royndi til fánýtis at forða soni sínum at fara við á ferðina, og Theseus lovaði at seta hvít segl í staðin fyri tey svørtu, sum báturin bar á vegnum hagar, um royndin skuldi eydnast sær. Tí so visti gamli kongurin, hvussu hevði gingist, longu tá ið skipið hómaðist í havsbrúnni. Framkomnir vóru atenbúgvarnir tveittir í fangahol at bíða eftir næsta fullmána, tá ið Minotaurus skuldi fáa avbjóðingina. Men tað eydnaðist Theseus at fáa samband við ta vøkru Ariadnu, sum var dóttir Minos kong, gjøgnum eitt vindeyga í fongslinum. Tá ið hon hoyrdi, at Theseus bað um at sleppa fyrstur og einsamallur inn til ódjórið í villiniborgini, fekk hon mikl an alsk til djarva unglingin. Hon vildi gera alt fyri, at hann skuldi bjarga lívinum, og í loynd um gav hon honum eitt noða, sum skuldi hjálpa honum at finna vegin út aftur. Minotaurus, sum var langt inni í villiniborg ini, kom rennandi og brølaði ørur eftir Theseusi. Tá ið Theseus kendi ramliga roykin av andadráttinum hjá Minotaurusi, rendi hann svørðið inn í liðina á ódjórinum og fekk soleið is lívið av tí. Hjálptur av noðanum hjá Ariadnu fann Theseus sær leiðina út aftur, og saman við fríaðu ungdómunum og Ariadnu lætti hann akker at sigla aftur til Athen. Tey gistu á oynni Naxos, men tá ið Ariadna vaknaði um morgunin, sá hon fjara skipið stevna móti Athen. Theseus hevði latið hana sitið eftir! Aigeus kongur hevði ongan frið kent á sær, síðan skipið var farið. Nú stóð hann og skimað ist út móti havsbrúnni, har ein lítil prikkur gjørdist alsamt størri og vísti seg at vera vælkenda skipið. Men seglini vóru svørt. Theseus hevði gloymt lyfti sítt at seta hvít segli, og í vónloysi sínum kastaði kongur seg í havið og druknaði. Tað er haðani Egeahav fekk navn sítt. Theseus gjørdist kongur í Athen eftir pápa sín, og tá ið hin svikna Ariadna á oynni Naxos royndi at drukna seg, kom gudurin Dionysos og bjargaði henni. Tey giftust og búðu síðani í heimi gudanna, á Olympus fjalli. 1. Tekna eina ordiliga fløkta villiniborg við nógvum blindum gongum (gongir, sum enda) á eitt puntut pappír. Skriva M (Minotaurus) í miðjuna. Být um villiniborg við ein floksfelaga og vita, hvør tykkara er fyrstur at finna Minotaurus! 2. Ímynda tær, at tú ert Ariadna. Hvat hevði tú sagt við Theseus, um tú hitti hann aftur? 3. Hvør er Dionysos? Brúka internetið at finna fleiri upplýsingar um hann. 4. Eitt tað fyrsta telduspælið, ið gjørdist vælumtókt um allan heimin, æt PacMan. Skriva PacMan og online í eini leitiskipan á telduni. Spæl eitt spæl. Hvat minnir spælið teg um úr tekstinum, tú akkurát hevur lisið? Veggjamálningur í Knossosborgini. Foto: Tomsisch, Gustavo/Corbis/Scanpix 4

5 Fólkaræðið demokrati Set striku undir tey orð, tú ikki skilir og fá greiðu á, hvat orðini merkja. Brúka orðabøkur ella leita á netinum. Býarstatirnir vóru vanliga stýrdir av kongum ella teimum ríkastu aðalsmonnunum, men í Athen varð demokratiið innført tað er grikska orðið fyri fólkaræði. Soleiðis var fólkaræðið í Athen skip að: Allar týðandi avgerðir vóru tiknar í fólkatinginum, og har vóru eisini allar lógir samtyktar. Fólkatingið hittist hvønn tíggjunda dag á einum bakka, sum eitur Pnyx. Á fundinum vóru allir við, sum vóru partur av fólkatingið, t.e. allir frælsir menn, sum vóru yvir 20 ár og borgarar í Athen. Eftirsum fólkatingið harumframt býtti øll týðandi embæti millum limir sínar, fekk tað avgerandi týdning at duga at málbera seg, um tú vildi vera valdur og harvið fáa ávirkan á politikkin. Men kvinnur, tilflytarar og trælir sluppu ikki við á fundirnar í fólkatinginum og høvdu tí ongan kjans at ávirka politisku avgerðirnar. Hálvthundrað atenskir menn skiftust at sita í stýrinum. Allir í fólkatinginum høvdu møguleika at fáa eina politiska uppgávu, men orsaka av mongu kríggjunum fingu hernaðarleiðararnir størst vald av øllum embætismonnunum. Hetta komst av, at menn ikki vildu hava hvønn sum helst at vera strategur (generalur), og tí valdu teir best egnaðu. Av hesum viknaði fólkaræðið, samstundis sum strategarnir gjørdust alsamt meiri máttmiklir. 1. Set upp eitt yvirlit við tí, sum tú heldur vera gott og tí, sum tú heldur vera ringt við fólkaræðinum í Athen; altso eina talvu við eini pluss-røð og einari minus-røð. 2. Samanber fólkaræðið í Athen fyri árum síðani við fólkaræðið í Føroyum í dag, soleiðis sum tú heldur tað riggar. Ger ein lista við tí, sum er líka og tí, sum ikki er líka. 5

6 Chiton: Griksk kvinnuklæði 1. Ímynda tær, at ein grikskt kvinna kemur inn í flokshølið, sum er ílatin eina chiton. Hvat heldur tú, hon hevði hildið um klæðini, tú og vinfólkini ganga í? 2. Sniðgev tína egnu chiton. Tú kanst brúka litblýantar ella klippa mynstur og bíløt úr gomlum bløðum og klistra uppá. Brúka hugflogið. Her verða stykkini fest Tekning: Eva Levén 6

7 Trælirnir Mangir av trælunum vóru upprunaliga krígsfangar. Trælir vórðu keyptir á marknaðinum, á júst sama hátt sum húsdýr, og vóru mang an brúktir í námsarbeiði, jarðarbrúki og í húsarhaldinum. Men har vóru eisini trælir, ið vóru handverkarar, dansarar ella tónleikarar. Hvussu nógv kostaði ein trælur? Jú, prísirnir vóru ymiskir. Ein dugnaligur handverkari kundi kosta 600 drakmur, ein hústrælur millum 100 og 200 og ein barnatrælur minni enn 100 drakmur. Til samanberingar kann nevnast, at eitt borð kostaði 4 og ein sofa 17 drakmur. Eftirsum ein frælsur atenbúgvi í miðal tjenti millum 300 og 400 drakmur um mánaðin, mátti hann vera hampiliga ríkur fyri at hava ráð at hava trælir. 1. Ímynda tær, at tú ert trælur í býarstatinum Athen fyri umleið árum síðani. Fortel eitt sindur um teg sjálva/n og um ein vanligan dag í lívinum. Hvussu gjørdist tú trælur? Arbeiðir tú sum hústrælur? Ella í náminum? Er harri tín ella formaðurin fittur ella óreinur móti tær? Hvussu leingi arbeiðir tú um dagarnar? Hvørjar eru uppgávurnar hjá tær? Hvat fært tú at eta? Hvar svevur tú? 2. Ímynda tær, at tú hittir ein frælsan atenskan man, sum tjenar 340 drakmur um mánaðin. Hvussu nógvar sofur fær hann keypt sær fyri eina mánaðarløn? Hvussu nógv borð kann hann keypa fyri somu upphædd? Brúka upphæddirnar, sum standa nevndar í tekstinum. 7

8 Í skúlanum Orðið skúli kemur upprunaliga úr grikskum, skholé, og merkti upp runaliga leysur. Hvussu skal tað skiljast, hugsar tú helst. Jú, tað vóru jú bert tey børn og teir ungdómar, sum høvdu ráð at ganga leys frá arbeiði, ið kundu fylla sína frítíð við slíkum sum skriving, lesing, rokning, sangi og fimleiki! Grikska stavraðið Tá ið griksk børn lærdu seg at skriva, brúktu tey eina trætalvu, sum var smurd við voksi og ein spískan penn. Høgrumegin sært tú, hvussu grikska stavraðið, tey skuldu læra seg, sá út. Hin stóri og hin lítil stavurin standa síð um síð. Hvør stavur hevur eitt navn, sum byrjar við ljóðvirðinum hjá stavinum. 1. Hvat vilt tú helst: ganga í skúla ella arbeiða? Grundgev fyri svarinum. 2. Hvussu hevði tú vilja betra skúlan hjá tær? Gev trý boð! 3. Skriva fyrst títt egna navn við grikskum stavum og týð síðani hesi orðini til bókstavirnar, vit plaga at brúka. ΣΠΑΡΤΑ Grikska stavraðið Α α alfa Β β beta Γ γ gamma Δ δ delta Ε ε epsilon Ζ ζ zeta Η η eta Θ θ theta Ι ι jota Κ κ kappa Λ λ lambda Μ μ my Ν ν ny Ξ ξ xi Ο ο omikron Π π pi Ρ ρ rho Σ σ ς sigma Τ τ tau Υ υ ypsilon Φ φ phi Χ χ chi Ψ ψ psi Ω ω omega ΑΘΗΝΗ ΔΕΜΟΣΤΕΝΗΣ ΑΚΙΛΛΗΣ ΔΕΜΟΚΡΑΤΙΑ ΟΔΥΣΣΕΥΣ 4. Skriva eina stutta frágreiðing um hvørt orðið omanfyri (tey eru øll at finna í tekstinum, tú higartil hevur lisið um grikkarnar). 8

9 Tón- og sjónleikur 1. Akkurát sum við Olympisku leikunum, ið hildnir vóru at heiðra Zeus, vóru sjónleikir framførdir at heiðra ein ávísan gud. Hvør er gudurin? 2. Kennir tú aftur tey griksku leikhús-orðini á myndini? Er merkingarmunur millum hesi og okkara týdning av somu orðum? Hvør er munurin? 3. Teir báðir gekkaskortarnir eru tiknir frá teimum ymsum sløgum av leiki. Hvørjum? Hvør er munurin teirra millum? Lýs skortarnar báðar. Brúka litblýantar og lita skort arnar. 4. Ger eina samanbering millum leikhús og leikyrkið í forna Grikkalandi og hjá okkum nú á døgum. Hvussu líkjast tey og hvar er munur á? 5. Prýð krukkuna! Hvørja mynd velur tú at tekna? Ein av griksku gudunum? Eitt ítrótta fólk? Eitt ella fleiri fólk? Kanska okkurt heilt annað? Brúka hugflogið! Tekning: Eva Levén 9

10 Hvør eri eg? Vel rætta svarið og set bókstavin í rútin. 1. Eg ferðist nógv, bæði í Grikkalandi og í øðrum londum. Sagt verður, at eg eri faðir at allari søguskriving. Tað er smikrandi! 2. Hvussu kanst tú spyrja, hvør eg eri? Um tú ert komin til mín, so veitst tú, hvør eg eri. Tú undrast á framtíðina. Kom innar, so skal eg vita, um eg fái svarað tær! 3. Bíða eitt bil, meðan eg taki smásteinarnar úr munninum. Tú mást tosa harðari eg hoyri teg ikki fram um stormin og aldudunið! 4. Nei, eg komi ikki í skúla í næstu viku. Eg eri fyltur sjey. Nú er tíðin komin hjá mær at fara upp í herliðið! 5. Lív mítt er ræðuligt. Eg havi í seinastuni arbeitt í einum kornakri, men eri akkurát blivin seldur og havi ikki ánilsi fyri, hvat eg nú fari at verða tvingaður til. Vónandi verði eg ikki líka illa bukaður av mínum nýggju eigarum. A. Zeus Á. Ein drongur í Sparta B. Demokrit D. Herodot Ð. Oraklið í Delfi E. Homer F. Anaximandros G. Ein trælur H. Demosthenes I. Sokrates 6. So eg skal eitast at lokka ungdómin? Eg haldi, at øll áttu at farið at hugsa sjálvi. Heldur tú ikki eisini tað? 7. Hvørjum verðin er gjørd av, spyrt tú? Tað er lætt at svara hon er gjørd úr smáum, ósjónligum atomum. 8. Hvat billar tú tær inn at spyrja meg, hægsta grikska gudin, hvør eg eri? 9. Kom og set teg nærri. Eg eri blindur, veitst tú, lukkan. Nú skal eg siga tær søguna um Odysseus. Tað er eitt ótrúligt ævintýr. Vónandi situr tú væl tí tað er ein long frásøgn. 10. Hvaðani menniskjuni stava? Tað er lætt at svara vit komu frá fiskunum. 10

11 Minnist tú? 1. Hvussu kallast tíðin millum ár 500 f.kr. og ár 500 e.kr.? 1) Miðøld X) Antikkin 2) Rútmikkin 1 X 2 2. Hvussu kallaðist ódjórið í Kreta? 1) Dionysos X) Hulk 3) Minotaurus 3. Hvat var nýtt við grikska stavraðnum? 1) at prikkar vórðu X) bókstavurin Ð 2) sjálvljóð fingu egin tekin settir yvir i 4. Hvussu langt verður runnið í maraton-renningini? 1) uml. 30 km X) uml. 42 km 2) uml. 55 km 5. Í Sparta ráddu nakrir fáir ríkir góðseigarar. Hvat kallast henda stýrisskipanin? 1) Oligarki X) Monarki 2) Demokrati 6. Hvat av hesum orðum er IKKI komið úr grikskum? 1) Radio X) Kaffi 2) Kirkja 7. Hvør býur kann berast saman við London, París ella New York í okkara tíð? 1) Athen X) Sparta 2) Alexandria 8. Hvør ítrótt var IKKI millum kappingarnar í fyrstu olympisku leikunum? 1) Klingrukast X) Fótbóltur 2) Renning 9. Hvussu kallast griksku hermenninir? 1) Hoplittar X) Hobbar 3) Heterur 10. Hvussu kallast kynstrið at tosa? 1) Tosikkur X) Retorikkur 2) Praktikkur 11

12 LÆRARAVEGLEIÐING Svar: Hvør eri eg? 1. D 2. Ð 3. H 4. Á 5. G 6. I 7. B 8. A 9. E 10. F Svar: Minnist tú? 1 X 2 1. X X X X X 12

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál. Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál. Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess DANSK 1-2-3 Danskt sum 1., 2. og 3. mál Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess Hvat halda næmingar um danskt og undirvísing í donskum / Hvad synes eleverne om dansk og danskundervisningen? Spørgeskemaundersøgelse

Læs mere

- Webundersøgelse, Fólkaskúlaráðið, oktober 2013. Fólkaskúlaráðið. Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på

- Webundersøgelse, Fólkaskúlaráðið, oktober 2013. Fólkaskúlaráðið. Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på Fólkaskúlaráðið Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på og erfaringer med ressourcentre på skolerne 2013 Udarbejdet af Scharling Research for bestyrelsen i Fólkaskúlaráðið, oktober 2013 Scharling.dk

Læs mere

MÅLESTOKSFORHOLD HFB 2012 / 13. Målestoksforhold OP SL AG. Byggecentrum

MÅLESTOKSFORHOLD HFB 2012 / 13. Målestoksforhold OP SL AG.  Byggecentrum MÅLESTOKSFORHOLD Målestoksforhold 340 MÅLEENHEDER Måleenheder Omsætning: Gl. dansk mål metermål gl. engelsk mål (= amerikansk mål). Se også: Målesystemer og enheder. Gl. dansk mål Metermål Gl. engelsk

Læs mere

Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar

Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar OLE WICH 2013 Javnaðarflokkurin á Fólkatingi Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir

Læs mere

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál DANSK 1-2-3 Danskt sum 1., 2. og 3. mál Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess Hvat halda føroyskir lærarar um danskt og undirvísing í donskum / Hvad synes færøske lærere om dansk og danskundervisningen?

Læs mere

Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin. Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014

Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin. Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014 Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014 Integration og eksklusión versus inklusión Integratión merkir at vera so normalur, sum gjørligt,

Læs mere

Ein livandi Kristus til ein doyggjandi heim

Ein livandi Kristus til ein doyggjandi heim Ein livandi Kristus til ein doyggjandi heim John Drane prestur segði frá lívssøgu síni í God Channel. Hann kom ikki úr einum kristnum heimi. John var nógv hjá abba sínum, sum heldur ikki var trúgvandi.

Læs mere

Fólkaheilsukanning Hvussu hevur tú tað 2015

Fólkaheilsukanning Hvussu hevur tú tað 2015 Fólkaheilsukanning 2015 - Hvussu hevur tú tað 2015 Fólkaheilsuráðið juni 2016 Sálarheilsa Sálarheilsa Perceived Stress Scale Í hesi kanningini verður PSS (Perceived Stress Scale) nýtt fyri at meta um sálarheilsuna

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 7 nov. 2012 65. árið Kirkjuligt Missiónsblað VIT MUGU HAVA HEILAGA ANDAN. Uttan halgan skal eingin síggja Harran! (Heb.12,14) Tað er ein sannleiki, sum nógv kenna, men sum fá veruliga hugsa um. Hvussu

Læs mere

Fakturablanketten virk.dk. 1 At senda elektroniskar rokningar við fakturablanketten

Fakturablanketten virk.dk. 1 At senda elektroniskar rokningar við fakturablanketten Fakturablanketten virk.dk At senda fakturar til kunda via teldupost, har fakturin er viðheftur sum t.d. pdf-skjal, er ikki at rokna sum elektronisk fakturering (talgild fakturering) í hesum sambandi. Talgild

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 3 mai. 2010 63. árið Kirkjuligt Missiónsblað KALLIÐ Legg tú á Harran tínar leiðir, og lít tú á hann, hann man tað útinna. Sálm. 37,5. Kallið, til at arbeiða í Guds ríki, er Guds gáva til hvørt einstakt

Læs mere

Sigurd fekk medalju fyri sigling í krígstíð í Íslandi

Sigurd fekk medalju fyri sigling í krígstíð í Íslandi Síða 4 Ættarliðsskifti í Realinum Nr. 344 Hósdagur 9. juni 2005 12,- Mynd: Kristian M. Petersen Síða 9 Sigurd fekk medalju fyri sigling í krígstíð í Íslandi Sigurd Joensen sum umboðar FF við Johannu, fekk

Læs mere

Vegleiðing at dagføra GPS-kort. Tillukku við tínum keypi av GPS-korti. Kortið fevnir um Føroyar.

Vegleiðing at dagføra GPS-kort. Tillukku við tínum keypi av GPS-korti. Kortið fevnir um Føroyar. Vegleiðing at dagføra GPS-kort Sp/f Munin Dalavegur 47 FO-100 Tórshavn Føroyar www.munin.fo E-mail : munin@munin.fo Tlf. +298 35 36 00 Fax +298 35 36 01 Tórshavn tann 25-11-2013 Tillukku við tínum keypi

Læs mere

Sagsøgeren har påstået sagsøgte dømt til at betale 42.400 kr. med procesrente fra den 26. juni 2003, subsidiært procesrente fra den 22. april 2008.

Sagsøgeren har påstået sagsøgte dømt til at betale 42.400 kr. med procesrente fra den 26. juni 2003, subsidiært procesrente fra den 22. april 2008. DOM Afsagt af retten på Færøeme den 22. december 2009 IBS-sagnr. 619/2008 Skatteyderi mod TAKS Samandráttur: Málið snýr seg partvís um saksøkjarin, skattagjaldari, skal rinda mvg av skrásetingaravgjaldinum

Læs mere

forbindelse med både ansættelse, ændring i ansættelsesforhold og ved afslutning af ansættelsen.

forbindelse med både ansættelse, ændring i ansættelsesforhold og ved afslutning af ansættelsen. Retningslinie Uppgávu- og ábyrgdarbýtið ímillum og eindir/leiðarar á LS, tá ið byrjar í starvi, broytir starv innanhýsis ella fer úr starvi / Opgave og ansvarsfordeling mellem medarbejdere og afdelinger

Læs mere

Frágreiðing frá Skipaeftirlitinum um arbeiðsvanlukku umborð á Túgvusteini hin

Frágreiðing frá Skipaeftirlitinum um arbeiðsvanlukku umborð á Túgvusteini hin P/f Thor Bryggjan 5 420 Hósvík Miðvágur, hin 05. januar 2009 Mál: 20030532-33 Viðgjørt: JS Frágreiðing frá Skipaeftirlitinum um arbeiðsvanlukku umborð á Túgvusteini hin 19-09-2008 Frágreiðing um skipið

Læs mere

HEVUR JESUS NAKRAN TÝDNING

HEVUR JESUS NAKRAN TÝDNING HEVUR JESUS NAKRAN TÝDNING - nú talan um synd og frelsu er avoldað? Missiónsvika á Argjum 13. februar 2016 Alt hevur hann gjørt lagaligt til sína tíð, eisini ævina hevur hann lagt í hjørtu teirra, men

Læs mere

Námsferð 25. mai 5. juni 2017

Námsferð 25. mai 5. juni 2017 Námsferð 25. mai 5. juni 2017 7.a og b - Sankta Frans skúli Foreldrakunning 10. mai 2017 ...líka... Tá ið vit eru liðug í kvøld stápla stólarnar saman Hettutroyggjur við prent Myndatøka juni floksmynd

Læs mere

Konference om affald på havet

Konference om affald på havet Konference om affald på havet Miljøtilsyn lavet af Skipaeftirlitið Skipaeftirlitið (maritime( myndigheder) Tilsyn som er krævet efter bekendtgørelse nr. 122 fra den 25. november 2005 / 11 stk. 3 og aftale

Læs mere

Marius smíðar bát í Íslandi. ALS 10 ár. Stór frásøgn frá hátíðarhaldinum. Bjarni Djurholm má steðgast og fiskimonnum má vera tryggjað rættindi.

Marius smíðar bát í Íslandi. ALS 10 ár. Stór frásøgn frá hátíðarhaldinum. Bjarni Djurholm má steðgast og fiskimonnum má vera tryggjað rættindi. Síða 13 Nr. 282 Hósdagur 5. desember 2002 10,- Marius smíðar bát í Íslandi Sigurd Simonsen, seinasti partur. Síða 25 Fiskivunnuráðið: Noktað er fiskimanni sjúkraviðbót hóast lógarheimild Rættarstøðan hjá

Læs mere

Leiðarans leiklutur og samskifti í broytingum

Leiðarans leiklutur og samskifti í broytingum Leiðarans leiklutur og samskifti í broytingum Jóhannes Miðskarð og Marin G. Petersen Samandráttur Í hesi grein greiða vit frá týdninginum, ið leiðarans leiklutur og samskifti hava undir broytingum. Vit

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 3 mai. 2012 65. árið Kirkjuligt Missiónsblað BÍBLIAN - KELDA TIL LJÓS OG FATAN Tá ið Sun Yat-sen, sum var ein politiskur oddamaður í Kina í 1912, einaferð varð spurdur, nær stóra vekingin í Kina byrjaði,

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 7 nov. 2008 61. árið Kirkjuligt Missiónsblað JESU FANGI Tá ið Jesus varð tikin uttanfyri Getsemane urtagarð, varð hann førdur til Kaifas, høvuðsprestin, har hann varð avhoyrdur og sat fangi nakrar

Læs mere

Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding av elinnleggjarum

Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding av elinnleggjarum Johan Dahl, landsstýrismaður Vinnumálaráðið Tinganes FO-100 Tórshavn Landsstýrismálanevndin 01.06.2011 j. nr. 7.13-20110005 14 bl/td (at tilskila í svari) Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding

Læs mere

Søgan um "Vesturhavið Blíða"

Søgan um Vesturhavið Blíða Síða 28 Nr. 284 Hósdagur 9. januar 2003 10,- Føroysk kirkjufólk á Filippinunum Grønlandstíðindi frá Kára við Stein Síða 23 Gamlar Havnarmyndir Carolina Heinesen greiðir m.a. frá, tá gamli Rubek, f. 1816,

Læs mere

Magni Laksáfoss. Magni Laksáfoss, Fróðskaparsetur Føroya

Magni Laksáfoss. Magni Laksáfoss, Fróðskaparsetur Føroya Føroyski búskapurin - eitt sindur øðrvísi - Magni Laksáfoss Magni Laksáfoss Búskaparfrøðingur Arbeiði við phd-verkætlan: Kanning av føroyska búskapinum Stuðlað av: BP Amoco Exploration (Faroes) Ltd. The

Læs mere

http://www.vagaportal.fo/pages/posts/oli-jacobsen-skrivar-v...

http://www.vagaportal.fo/pages/posts/oli-jacobsen-skrivar-v... Page 1 of 9 Mikudagur 26 August 2009 Set til startsíðu Lýsingar Um Vágaportalin Forsíða Vágatíðindi Onnur tíðindi Mentan Bøkur Tónleikur Framsýningar Ólavur í Beiti tann 06/06/2009 kl. 18:34 Tiltøk Krutl

Læs mere

Klagan til TV2. Hvat kann gerast. Upplivdi illveðrið í 1932, ið beindi fyri formanni í FF. Livravirkið á Eiði. Frásøgn hjá Andrew Godtfred:

Klagan til TV2. Hvat kann gerast. Upplivdi illveðrið í 1932, ið beindi fyri formanni í FF. Livravirkið á Eiði. Frásøgn hjá Andrew Godtfred: Nr. 323 Hósdagur 5. august 2004 12,- Síða 13 Livravirkið á Eiði Nýggj roynd at gagnnýta livrina og aðrar úrdráttir. Vit hava verið á Eiði og hitt virkisleiðaran Onnu Katrin Matras. Síða 9 Frásøgn hjá Andrew

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 6 sep. 2011 64. árið Kirkjuligt Missiónsblað BØNARLÍV Í Jóh. 2,1-11 læra vit nógv av Mariu um bøn. Maria fer beina leið til Jesus við síni bøn. Hon sigur Jesusi frá, hvat vertsfamiljuni tørvar. Bøn

Læs mere

Út á Fagranes, har 7 fiskimenn mistu lívið í 1927

Út á Fagranes, har 7 fiskimenn mistu lívið í 1927 Nr. 300 Hósdagur 28. august 2003 10,- Síða 10 Umboð fyri Tony Blair á fund við FF Tony Blair hevur sovæl Irak sum føroysku fiskidagaskipanina í huganum. Seinasti partur av Onnu Evensen Út á Fagranes, har

Læs mere

Minni um teir, sum sigldu og teir, sum doyðu undir krígnum Ferðin hjá "Johannu" eitt rimmar tiltak.

Minni um teir, sum sigldu og teir, sum doyðu undir krígnum Ferðin hjá Johannu eitt rimmar tiltak. Nr. 345 Hósdagur 23. juni 2005 12,- Baksíðan Býráðslimurin av Trøllanesi Signhild kann greiða frá hvussu útoyggjapoltikkur kann skipast. Mynd: Kristian M. Petersen Minni um teir, sum sigldu og teir, sum

Læs mere

Aftaná eitt misálit Tað hjálpir einki bert at seta nýggjan landsstýrismann. Tað, sum ræður um, er ein fullkomilig umskipan av fiskimálaráðnum.

Aftaná eitt misálit Tað hjálpir einki bert at seta nýggjan landsstýrismann. Tað, sum ræður um, er ein fullkomilig umskipan av fiskimálaráðnum. Nr. 285 Hósdagur 23. januar 2003 10,- Grønlandstíðindi frá Kára við Stein Síða 23 Síða 21 Aftaná eitt misálit Tað hjálpir einki bert at seta nýggjan landsstýrismann. Tað, sum ræður um, er ein fullkomilig

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 6 sep. 2009 62. árið Kirkjuligt Missiónsblað DÁRSKAPUR OG VISDÓMUR 1. Kor. 1: v18 Tí at væl er orð krossins dárskapur fyri teimum, sum glatast, men fyri okkum, sum verða frelstir, er tað Guðs kraft.

Læs mere

Hvussu kunnu vit liva sum trúgvandi í dag?

Hvussu kunnu vit liva sum trúgvandi í dag? Hvussu kunnu vit liva sum trúgvandi í dag? Titus 2, 11-15 Haldi tað er eitt sindur ymiskt, hvat hugtekur okkum mest, tá ið tað kemur til evni í sambandi við okkara kristinlív. Summum dáma væl bíbliusøgurnar

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 5 aug. 2011 64. árið Kirkjuligt Missiónsblað BØN Seinastu tíðina havi eg hugsa nógv um bøn. Tað eru fleiri orsøkir til tess. Vit hava júst verið í einum muslimskum landi í góðar tríggjar mánaðir fyri

Læs mere

hægri útbúgvingartilboð í Føroyum er tað møguligt? Hannes Gislason, Prof., PhD., deildarleiðari, Náttúruvísindadeildin

hægri útbúgvingartilboð í Føroyum er tað møguligt? Hannes Gislason, Prof., PhD., deildarleiðari, Náttúruvísindadeildin Fjarlestur frá topp 16 til 100 hægri útbúgvingartilboð í Føroyum er tað møguligt? g Hannes Gislason, Prof., PhD., deildarleiðari, Náttúruvísindadeildin 2 Fjarlestur skrá Evnir Hví fjarlestur? Fjarlestur

Læs mere

Men størstur av teimum er kærleikin

Men størstur av teimum er kærleikin Nr. 19 17. september 2017 77. árg. Men størstur av teimum er kærleikin 1. Kor.13,13. Vitið góðtekur ikki altíð arbeiðsháttin hjá kærleikanum, og lívið hevði verið fátækt, um tað var soleiðis. Meðan vitið

Læs mere

U l m æruna hjá Darwini í undirvísin i gi i

U l m æruna hjá Darwini í undirvísin i gi i Um læruna hjá Darwini i í undirvísingini i i i Eyðfinn Magnussen 12. februar 2009 Fróðskaparsetur Føroya Hvat er evolutión? Evolutión er læran um, hvussu livandi verur broytst í náttúruni. 2 Nakrir av

Læs mere

Mette stange Lena Jacobsen týddi OG FLOKSLEIÐSLA

Mette stange Lena Jacobsen týddi OG FLOKSLEIÐSLA Mette stange Lena Jacobsen týddi SAMVIRKISNÁM OG FLOKSLEIÐSLA Mette stange Lena Jacobsen týddi SAMVIRKISNÁM OG FLOKSLEIÐSLA Mette Stange Lena Jacobsen hevur týtt og lagað til føroyskt Upprunaheiti: COOPERATIVE

Læs mere

Børn og doyving Kunning til foreldur

Børn og doyving Kunning til foreldur Børn og doyving Kunning til foreldur Børn og doyving Barnið skal fasta við skurðviðgerð.. 3 Kravið viðikjandi at fasta er Áðrenn skurðviðgerð 4 Hvør er leikluturin hjá foreldrunum? Doyving Ymiskir hættir

Læs mere

HAVNAR KLUBBI oktober Endurgerð av minnisriti Havnar Klubba, tá hann fylti 160 ár.

HAVNAR KLUBBI oktober Endurgerð av minnisriti Havnar Klubba, tá hann fylti 160 ár. Endurgerð av minnisriti Havnar Klubba, tá hann fylti 160 ár. 1799-27.oktober - 1959 Teksturin er ikki broyttur, bert innskannaður, og tí sæst týðiliga, hvussu nógv skriftmálið hevur broytt seg tey seinastu

Læs mere

Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging

Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging Galdandi frá 1. januar 2016 1. Tryggingaravtalan Stk. 1. Tryggingaravtalan fevnir um bólkalívsavtaluna og niðanfyristandandi tryggingartreytir. Stk. 2. Frávik til

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 7 nov. 2010 63. árið Kirkjuligt Missiónsblað BJARGING FYRI ØLL! Men alt er frá Guði, sum gjørdi okkum sáttar við seg við Kristi og gav okkum sáttargerðartænastuna, við tað at tað var Guð, sum í Kristi

Læs mere

Jesus biður fyri okkum Joh. 17, 20-26

Jesus biður fyri okkum Joh. 17, 20-26 Jesus biður fyri okkum Joh. 17, 20-26 Joh. 17, 20-26 er endin á høvuðsprestabønini, sum Jesus bað áðrenn hann var tikin til fanga. Her biður Jesus fyri øllum komandi trúgvandi, teimum sum skulu koma til

Læs mere

Ríki maður og Lázarus Luk. 16,

Ríki maður og Lázarus Luk. 16, Ríki maður og Lázarus Luk. 16, 19-31. Úr bókini Sæden er Guds ord Øivind Andersen Hetta líknilsið er av øðrum slag, enn tað vit hava sæð í Matteus Evangeliinum. Her snýr tað seg ikki um myndatalu ella

Læs mere

Enok maðurin, sum gekk við Gudi

Enok maðurin, sum gekk við Gudi Enok maðurin, sum gekk við Gudi Les ið: 1. Mós. 5,21-23; Hebr. 11,5-6 og Judas v. 1-1 UMSKIFTIÐ. Bíbliulesarar kenna helst Enok sum mannin, sum gekk saman við Gudi. Eitt umskifti kom í lívi Enoks, tá ið

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 4 juni. 2012 65. árið Kirkjuligt Missiónsblað GLEÐIÐ TYKKUM Í HARRANUM ALTÍÐ! Í 1. Jóh. 1,4-5 lesa vit: v4 Gleðið tykkum í Harranum altíð! Eg sigi uppaftur: Gleðið tykkum! v5 Spaklyndi tykkara verði

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 7 nov. 2009 62. árið Kirkjuligt Missiónsblað VIT BOÐA KRIST KROSSFESTAN 1. Kor. 1,19-25: Tí at skrivað stendur:»eg vil týna vísdóm vísmanna, og vitsku vitra manna vil eg gera til einkis.«hvar er vísmaður?

Læs mere

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR Tórshavn, tann 5. november 2007 J.Nr.: 200700058 (at tilskila í svari) Viðgjørt: Álit viðvíkjandi avgerð hjá Løgmansskrivstovuni um noktan av almennum innliti í skjøl viðvíkjandi føroysku sendistovuni

Læs mere

Álit um stýrisskipanarviðurskifti Føroya

Álit um stýrisskipanarviðurskifti Føroya Álit um stýrisskipanarviðurskifti Føroya Álit um stýrisskipanarviðurskifti Føroya Álit frá nevndini, landsstýrið setti 1. apríl 1993, at kanna stýrisskipanarviðurskifti Føroya. Sjúrður Rasmussen, adv.

Læs mere

Miðøld. Mál. Uppgávur

Miðøld. Mál. Uppgávur Miðøld 5 Skúlin skal í søguundirvísingini seta sær sum mál, at næmingurin mennir førleikan at greina mynstur, menningarleiðir og broyt ingar tilgongdir. Mál Eftir at hava gingið gjøgnum miðaldarpartin,

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Kirkjuligt Missiónsblað JESUS-KONGURIN Hetta er søgan um ein kong. Vit skulu lesa úr Jóhannesar evangelium 18. kapittul, frá 33. versi: Pilatus fór tá inn aftur í borgina, og hann kallaði Jesus til sín

Læs mere

Orðið eigur í føroyskari felagsverklóg 1

Orðið eigur í føroyskari felagsverklóg 1 Orðið eigur í føroyskari felagsverklóg 1 Snorri Fjallsbak 2 Tað er stórur munur á einari kanin og einari kanón. Tí er tað sera umráðandi, at vit gera okkum ómak, tá ið vit skriva orðini, og at vit stava

Læs mere

Nr. 1 Februar árið

Nr. 1 Februar árið Fællesbrev nr. 126 Arusha 20/1 2016 1 Når vi det? Julebrevet blev skrevet, men sidste fællesbrev har et stykke tid på bagen. I december tog vi endnu en tur til YMCA i Moshi, hvor vi tog en uges ferie.

Læs mere

Nám. Í læraravegleiðingini er eisini eyka tilfar, sum nýtast kann, um tíð er til tess og uppgávur eru á

Nám. Í læraravegleiðingini er eisini eyka tilfar, sum nýtast kann, um tíð er til tess og uppgávur eru á Formæli Kristni 8 er grundbók í kristni til 8. flokk. Kristni 8 byrjar við ymsum skapanarsøgum og viðger síðani Ápostlasøguna við serligum atliti til Pætur og Paulus. Ein kapittul er um einglar í skriftini,

Læs mere

Kann søgukritiska háttalagið brúkast til bíbliugransking?

Kann søgukritiska háttalagið brúkast til bíbliugransking? Kann søgukritiska háttalagið brúkast til bíbliugransking? Eftir Jonhard Jógvansson, stud. theol. Í hesi grein ætli eg mær at viðgera spurningin, um hitt søgukritiska háttalagið kann brúkast til bíbliugransking.

Læs mere

Bakstøði Ynski var: - At lýsa teir møguleikar og tær treytir eldri fólk í Føroyum hava fyri einum góðum lívi í eldri árum - At lýsa hvørji átøk kunnu

Bakstøði Ynski var: - At lýsa teir møguleikar og tær treytir eldri fólk í Føroyum hava fyri einum góðum lívi í eldri árum - At lýsa hvørji átøk kunnu URININKONTINENS HJÁ KVINNUM MILLUM 60 OG 65 ÁR Í FØROYUM Títtleiki og ávirkan á gerandislivið Ása Róin, Sjúkrarøktarfrøðingur og Master í professiónsmenning Hildur við Høgadalsá, Sjúkrarøktarfrøðingur

Læs mere

Strongdkanning av limum hjá Starvsmannafelagnum. Gjørd av Fegin Ábyrgdari: Niclas Heri Jákupsson

Strongdkanning av limum hjá Starvsmannafelagnum. Gjørd av Fegin Ábyrgdari: Niclas Heri Jákupsson Strongdkanning av limum hjá Starvsmannafelagnum Gjørd av Fegin Ábyrgdari: Niclas Heri Jákupsson Svarað: 711 Kyn Aldur Hjúnarbandsstøða Hvussu leingi hevur tú starvast á núverandi arbeiðsplássi? 45% 42%

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 4 juni. 2011 64. árið Kirkjuligt Missiónsblað SAMKOMAN Í EFESUS Brævið til Efesus (Opb. 2,1-8) Eingin samkoma er fullkomin her á jørð. Jú, í trúnni eru vit fullkomin fyri Gudi, men her á jørð eru vit

Læs mere

MENNINGARÆTLAN FYRI DAGSTOVNIN Í ØKSNAGERÐI

MENNINGARÆTLAN FYRI DAGSTOVNIN Í ØKSNAGERÐI MENNINGARÆTLAN FYRI DAGSTOVNIN Í ØKSNAGERÐI 2010 Innleiðing Børn hava altíð lært og menniskju halda áfram at læra alt lívið. Tað er við hesum í huga, at rammurnar fyri námsætlanina eru gjørdar. At seta

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 2 15. mars 2008 61. árið Kirkjuligt Missiónsblað TAÐ ER FULLGJØRT Jákup Olsen skrivar Øðrum hevur hann hjálpt, men sær sjálvum er hann ikki mentur at hjálpa! - Matt. 27,42 a. Tit leita eftir Jesusi

Læs mere

Givið út 30. mai 2017

Givið út 30. mai 2017 Givið út 30. mai 2017 Nr. 78 29. mai 2017 Løgtingslóg um broyting í ymiskum lógum á málsøkinum persóns-, húsfólka- og arvarætti (Myndugleikaflyting vegna yvirtøku av málsøkinum) Samsvarandi samtykt Løgtingsins

Læs mere

Svenskur elitusvimjivenjari

Svenskur elitusvimjivenjari Síða 26 Nr. 275 Hósdagur 15. august 2002 10,- Svenskur elitusvimjivenjari til Føroya Svenski Mats fann kærleikan í Føroyum So nú liggur fyri hjá okkara svimjarum Fiskiskapur: Meira av tungu og størri upsi

Læs mere

Nýggj skip. 70 ár síðan Nólsoy gekk burtur Søgan um ringin sum kom aftur. Svenskari vitjað í Føroyum í 56 ár

Nýggj skip. 70 ár síðan Nólsoy gekk burtur Søgan um ringin sum kom aftur. Svenskari vitjað í Føroyum í 56 ár Síða 21 Svenskari vitjað í Føroyum í 56 ár Nr. 325 Hósdagur 2. september 2004 12,- Tann sum ikki hevur verið í Fugloy hevur ikki verið í Føroyum! Á ferð í Fugloy Síða 11 70 ár síðan Nólsoy gekk burtur

Læs mere

Hugburður til føroysk yrkisorð

Hugburður til føroysk yrkisorð JÓGVAN Í LON JACOBSEN Hugburður til føroysk yrkisorð Endamálið við hesi grein er at siga eitt sindur um hugburð føroyinga til føroysk yrkisorð og um yrkisorðafrøði yvirhøvur. Grundarlagið undir greinini

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 6 sep. 2012 65. árið Kirkjuligt Missiónsblað SAMFELAG VIÐ GUD 1. Jóh.1,6-10: Um vit siga, at vit hava samfelag við hann, og ganga í myrkrinum, tá ljúgva vit og gera ikki sannleikan. Men um vit ganga

Læs mere

2. ÁRSFJÓRÐINGUR 2004 BLAÐ NR. 11 HAVNAR HANDVERKARAFELAG

2. ÁRSFJÓRÐINGUR 2004 BLAÐ NR. 11 HAVNAR HANDVERKARAFELAG 2. ÁRSFJÓRÐINGUR 2004 BLAÐ NR. 11 HAVNAR HANDVERKARAFELAG Ein var maður, ið úti stóð Handverkarar sunnan fyri Hórisgøtu Síðani 1997 hava umleið 2 /3 av føroyskum handverkarum verið hildnir uttanfyri alla

Læs mere

FF-blaðið í Frankaríki Vit vóru bæði á fiskivinnuvitjan og til fótbólt. Drúgv og øðrvísi frásøgn

FF-blaðið í Frankaríki Vit vóru bæði á fiskivinnuvitjan og til fótbólt. Drúgv og øðrvísi frásøgn Nr. 350 Hósdagur 8. september 2005 12,- FF-blaðið í Frankaríki Vit vóru bæði á fiskivinnuvitjan og til fótbólt. Drúgv og øðrvísi frásøgn Síða 11 Petrea: Droymdi lagnuna hjá manningini á Nólsoynni Víst

Læs mere

Nr. 321 Hósdagur 8. juli ,- Síða 17 Baksíðan Síða 9 Síða 3 Síða 14

Nr. 321 Hósdagur 8. juli ,- Síða 17 Baksíðan Síða 9 Síða 3 Síða 14 Nr. 321 Hósdagur 8. juli 2004 12,- Karl verið í sama reiðarí í 25 ár Góð reiðarí fáa fiskimenn at støðast. Karl hevur verið í sama reiðarí í 25 ár. Síða 17 Lorraine við skriviborðið hjá Anettu, har hon

Læs mere

ATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN H71 - NEISTIN. Sunnudagin 28. september kl. 16.00 Hoyvíkshøllin

ATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN H71 - NEISTIN. Sunnudagin 28. september kl. 16.00 Hoyvíkshøllin KAPPINGARÁRIÐ 2014-15 HEIMA Í HOYVÍK ATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN H71 - NEISTIN Sunnudagin 28. september kl. 16.00 Hoyvíkshøllin Pensjón Betri at hava gott í væntu 1. januar 2014 kemur nýggja pensjónslógin

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 8 des. 2011 64. árið Kirkjuligt Missiónsblað BARN ER OKKUM FØTT! Tí at barn er okkum føtt, sonur okkum givin, og á herðum hans skal høvdingadømið hvíla; navn hans skal verða kallað undur, rágevi, veldigur

Læs mere

Gamlar myndir úr Norðuroyggjum

Gamlar myndir úr Norðuroyggjum Nr. 289 Hósdagur 20. mars 2003 10,- Síða 20 Símun Johan Wolles 70 ár Løgtingsmál viðvíkjandi fiskivinnu og -monnum Vit greiða frá teimum framløgdu tingmálunum, sum viðvíkja fiskimonnum. Síða 6-9 FF hevur

Læs mere

HAPPING Í FÓLKASKÚLANUM

HAPPING Í FÓLKASKÚLANUM HAPPING Í FÓLKASKÚLANUM - ein spurnakanning Granskingardepilin - Fróðskaparsetur Føroya 2015 1 2 Granskingardepilin - Fróðskaparsetur Føroya ISBN 978-9991-8-60-24-4 Happing í fólkaskúlanum - ein spurnakanning

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 3 mai. 2009 62. árið Kirkjuligt Missiónsblað BRYNJA RÆTTLÆTISINS Verið klæddir í brynju rættlætisins Í Ef. 6,14 lesa vit um brynju rættlætisins. Hesi bæði smáu orðini hava nógv at siga okkum. Bæði

Læs mere

Kvinnan við Sikarsbrunn Partur II Joh. 4, 1-43

Kvinnan við Sikarsbrunn Partur II Joh. 4, 1-43 Kvinnan við Sikarsbrunn Partur II Joh. 4, 1-43 1 Óuppiborðin felagsskapur við Jesus Jesus kennir trupulleikarnar hjá hesi kvinnu, men hann veit eisini, hvør loysnin er. Hann veit altíð, hvør loysnin er.

Læs mere

Lívsins salt. Vit hava verið í Ibiza og hugt eftir saltframleiðslu. Neptun og Nólsoy

Lívsins salt. Vit hava verið í Ibiza og hugt eftir saltframleiðslu. Neptun og Nólsoy Nr. 327 Hósdagur 7. oktober 2004 12,- Síða 5 Frá fiskimanni til trúboðara Herfyri kom út bókin "Johan" við undirheitinum "Fra fisker til menneskefisker". Lívsins salt Vit hava verið í Ibiza og hugt eftir

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 3 mai. 2011 64. árið Kirkjuligt Missiónsblað SAMKOMAN Í EFESUS OKKARA SAMKOMA Eingin samkoma er fullkomin her á jørð. Jú, í trúnni eru vit fullkomin fyri Gudi, men her á jørð eru vit syndarar og samkoman

Læs mere

Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland

Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland I medfør af 41, stk. 6, 53, stk. 8, og 95 i lov om arbejdsløshedsforsikring m.v., jf. lovbekendtgørelse

Læs mere

Kvinnurnar við grøvina

Kvinnurnar við grøvina Nr. 2 Mars 2017 70. árið Kvinnurnar við grøvina Luk. 24,1-12. Alvhild Vassel Eide, Noreg - Effie Campbell Hendingin fer fram í lýsingini fyrsta dagin í vikuni ta páskahøgtíðina, tá ið Jesus varð krossfestur,

Læs mere

Málsgongd Við skrivi, dagfest 12. desember 2008, sendi Mentamálaráðið soljóðandi uppsøgn til klagaran:

Málsgongd Við skrivi, dagfest 12. desember 2008, sendi Mentamálaráðið soljóðandi uppsøgn til klagaran: Tórshavn, tann 23. apríl 2013 J.Nr.:28/ 201200015 / 13 (at tilskila í svari) Tykkara J.nr. Álit viðvíkjandi klagu um skikkaða eftirløn hjá tænastumanni Við skrivi, dagfest 6. februar 2012, hevur A sent

Læs mere

Mest støðuga fiskavirkið er í Vági

Mest støðuga fiskavirkið er í Vági Nr. 338 Hósdagur 17. mars 2005 12,- Síða 17 Einki hendir í rækjumálinum Tveir mánaðar eftir freistina hjá løgmanni er einki hent. Small is beautiful kunnu teir eisini siga í Vági. Vit hava vitjað JMA.

Læs mere

Skiparin sum virkaði sum tannlækni

Skiparin sum virkaði sum tannlækni Síða 6 Hanna 80 ár Hanna Lisberg er eisini partur av okkara fakfelagssøgu Nr. 374 Hósdagur 24. august 2006 15,- Sjómannadagurin Vit hava øðrvísi frásagnir frá sjómannadegnum Síða 4, 12, 20 & baksíðan 100

Læs mere

Frágreiðing um grundlógararbeiði

Frágreiðing um grundlógararbeiði Grundlógarnevndin Frágreiðing um grundlógararbeiði frá formanninum í grundlógarnevndini til landsstýrismannin í sjálvsstýrðismálum Latin 31. desember 2001 Løgfrøðiliga kannað og rættað 14. mars 2002 GRUNDLÓGARNEVNDIN

Læs mere

TÁ IÐ TIT... Kirkjuligt Missiónsblað. Nr juni árið

TÁ IÐ TIT... Kirkjuligt Missiónsblað. Nr juni árið Nr. 4 15. juni 2007 60. árið Kirkjuligt Missiónsblað TÁ IÐ TIT... Í byrjanini av januar mánaði í ár viðger, Bibelnøglen ein part av Matteusar evangelium. Bibelnøglen er ein bíbliulesiætlan, givin út av

Læs mere

9.1 Windows Vista Windows Windows XP Privatkundar sum fáa trupulleika við sperring av Netbanka... 12

9.1 Windows Vista Windows Windows XP Privatkundar sum fáa trupulleika við sperring av Netbanka... 12 Brúkaravegleiðing Innihaldsyvirlit Hvussu kemur tú inn á netbankan?... 2 Java trupulleiki... 3 Lykil liggur ikki á røttum stað... 4 6 Hvussu loggar tú teg á netbankan?... 7 Hvussu gert tú Hópflytingar?...

Læs mere

Ársins studentur. Áhugaverd frásøgn frá meslingagrindini, sum var í Gøtu í Vit hava myndir frá grindini, sum ikki fyrr hava verið alment kendar.

Ársins studentur. Áhugaverd frásøgn frá meslingagrindini, sum var í Gøtu í Vit hava myndir frá grindini, sum ikki fyrr hava verið alment kendar. Síða 2 Nr. 272 Hósdagur 4. juli 2002 10,- Ársins studentur Lesið søguna um Áka sum hóast sera skerdan førleika kortini fekk studentsprógv. Vitjan á Sjóbjargingarstøðini Neyðug kunning fyri øll siglandi.

Læs mere

samstarva At veita eina um skjóta hettar og tilboðið: goða viðgerð til kvinnur við burðartunglyndi.

samstarva At veita eina um skjóta hettar og tilboðið: goða viðgerð til kvinnur við burðartunglyndi. November 2014 Til allar kommunulæknar í Føroyum November 2014 Til allar kommunulæknar í Føroyum Viðgerðartilboð til kvinnur við burðartunglyndi - Psykiatriski depilin Viðgerðartilboð Hettar brævið er til

Læs mere

Hvat hendi við russarunum?

Hvat hendi við russarunum? Nr. 280 Hósdagur 7. november 2002 10,- Kennir nakar klippfiskamerkið? Vit hava frásøgn um "klippfiskamerkið" frá 1931, men vilja fegin frætta meira. Síða 18 Síða 4 Síða 14 Samrøða við gamla landsdjóralæknan

Læs mere

Vælkomin til Byggivirkið KBH Sp/f

Vælkomin til Byggivirkið KBH Sp/f Vælkomin til Byggivirkið KBH Sp/f Ein álítandi samstarvsfelagi í byggivinnuni Byggivirkið KBH Sp/f Vit kunnu... Loysa allar byggiuppgávur Vit hava royndirnar, sum eru neyðugar fyri at greiða úr hondum

Læs mere

Grindadráp í Tjukotka í Siberia

Grindadráp í Tjukotka í Siberia Nr. 315 Hósdagur 8. apríl 2004 12,- Síða 11 Pavel í Moskva Vit hava hitt Pavel, sum nýtir allar sínar kreftir at hjálpa illa støddum børnum. Síða 7 Vit hava myndafrásøgn frá hvalaveiði í Tjukotka. Grindadráp

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 8 des. 2010 63. árið Kirkjuligt Missiónsblað JESUS OG JÓLAMAÐURIN Ert tú veruliga til reiðar at halda jól? Um hesa tiðina er so nógv um at vera, at vit nærum ikki hava stundir til at hugsa um hví vit

Læs mere

Kommunusamanlegging - hvat siga suðringar?

Kommunusamanlegging - hvat siga suðringar? ISBN 99918-971-5-1 Kommunusamanlegging - hvat siga suðringar? Dennis Holm og Bjarni Mortensen ARBEIÐSRIT NR. 7/2004! "!# $ # $ # % & Innihaldsyvirlit Kommunusamanlegging hvat siga suðringar?... 3 Frá 8

Læs mere

Heilsan hjá langfarafiskimonnum

Heilsan hjá langfarafiskimonnum Nr. 307 Hósdagur 11. desember 2003 10,- Síða 3 Søgan um John Dam John Dam var ein megnarmaður. Vit ummæla bókina og hava frásøgn frá móttøkuni, tá bókin varð handað. Bátasøgan á Eiði Vit hava fyrsta av

Læs mere

Smiðjan á Skipanesi Brot úr okkara smiðjusøgu. Okkara maður í Nambia. Er prískappingin í vanda? Børn á Sanatoriinum

Smiðjan á Skipanesi Brot úr okkara smiðjusøgu. Okkara maður í Nambia. Er prískappingin í vanda? Børn á Sanatoriinum Síða 4 Nr. 372 Hósdagur 27. juli 2006 15,- Hvussu minka við gapið millum fiskimenn og fiskifrøði? Frásøgn frá fundi við Menakhem Ben Yami Eru vit við at fara aftur í 80-ini? Síða 26 Er prískappingin í

Læs mere

Jarðarferðin hjá Morning Star

Jarðarferðin hjá Morning Star Nr. 313 Hósdagur 11. mars 2004 12,- Síða 8 & 14 Nýggjur sáttmáli hjá Fiskimannafelagnum: Hvíldartíðin skal haldast Malmberg: Var á veg til botns á fleiri hundrað favna dýpi Síða 9 Áheitan á ALS: Avgreiðið

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 8 15. desember 2007 60. árið Kirkjuligt Missiónsblað JESUS, FRELSARI OKKARA Hvat ynskir tú tær til jóla? Hetta er ein sera vanligur spurningur, ið vit fáa settan hesa tíð av árinum. Tað verður bara

Læs mere

Tine Færch Jørgensen. Til Trafik- og Byggestyrelsen

Tine Færch Jørgensen. Til Trafik- og Byggestyrelsen Tine Færch Jørgensen Fra: Per Henriksen Sendt: 16. november 2015 13:22 Til: ts Info Cc: Tine Færch Jørgensen Emne: Bemærkninger til udkast til gebyrbekendtgørelser for den civile luftfart

Læs mere

Føddur undir Hitler, vaksin upp undir Stalin

Føddur undir Hitler, vaksin upp undir Stalin Nr. 291 Mikudagur 16. apríl 2003 10,- "Smyril/Dúgvan" í Afrika Ungur føroyskur sjómaður hevur hitt "Smyril/Dúgvuna" í Afrika. Síða 25 Ballónin hjá Fíggjarmálaráðnum brostin Grundarlagið fyri "kapringini"

Læs mere

Heilsu- og innlendismálaráðið

Heilsu- og innlendismálaráðið Heilsu- og innlendismálaráðið Løgtingið Dagfesting: 5. januar 2018 Mál nr.: 17/00573-14 Málsviðgjørt: MHR Løgtingsmál nr. xx/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í Anordning om ikrafttræden for Færøerne

Læs mere

Føroyskur saltfiskur væl umtóktur

Føroyskur saltfiskur væl umtóktur Nr. 294 Hósdagur 29. mai 2003 10,- Landsstýrið hevur sjálvt gjørt fakfeløg til mótpartar Síða 24 Søgan hjá Onnu Evensen Anna Evensen var dóttir tann fyrsta Lützen í Føroyum og mamma A. C. Evensen, sum

Læs mere