Bartal Andersen á Dunganum í Gerðum og havnarmaðurin Magnus hittast

Størrelse: px
Starte visningen fra side:

Download "Bartal Andersen á Dunganum í Gerðum og havnarmaðurin Magnus hittast"

Transkript

1 Bartal Andersen á Dunganum í Gerðum og havnarmaðurin Magnus hittast Tað vóru ringar tíðir í Føroyum fyrst í talinum, tá Napoleonskríggini herjaðu. Danmark fór í parti við Fraklandi ímóti Onglandi í 1807 og hetta kom at tarna allari skipaferðslu til og frá Føroyum, so tað bleiv stórt vørutrot. Harafturat kom so fiskaloysi. Hetta seyg mergin úr fólkinum so nógv, at nógvir mans orkaðu ikki til útróðrar. Serliga árini vóru ring. Tá var rættilig neyð í landinum. Nógv fólk doyðu í hungri. Standurin var so ringur nógva staðni, at gamlir kíkar og homlubond vóru bloytt, kókað og etin; við tarabløðum í munninum lógu fólk slødd deyð her og har niðri í fjøruni. Fleiri ferðir var Havnin álopin av eingilskum skipum og Krambúðin og Leigubúðin tømd fyri vørur. Hin 16. mai 1808 kom eitt bretskt herskip, Clio, á Havnina. T. D. Baugh var ovasti umborð. Teir oyðiløgdu allar 21 kanónirnar á skansanum og sprongdu Krúthúsið í luftina. Teir fóru avstað aftur, men lovaðu at koma skjótt aftur og tøma handilin fyri vørur. Tvær vikur seinni, 1. juni, kemur Karl von Hompesch, Brillumaðurin, við kaparaskipi Ein havnardrongur, Magnus, sær alt hetta. Hann øtast. Niðri í Gerðastøð 1

2 sínum Salamine á Havnina. Hann fer avstað aftur, tá hann hevur fingið skipar Hansen (Peder Hansen Wolles, ) við sær Bartal-navnið og húsið í Króki Tann fyrsti Bartal kemur helst úr Vestmanna. Hann er føddur uml Hann var húskallur á Kjalnesi í Kollafirði, tá hann giftist við Maren Andersdatter í Selvindi. Tey búsettust úti í Gerðum á Strondum. Bartal í Strandatáttinum er abbasonur hansara, Berthel Andersen, føddur í 1795 og deyður í Hann búði á Dunganum ì Gerðum. Hann var tvær ferðir giftur. Fyrru ferð við Malene Poulsdatter úr Lorvík. Hon doyði í 1832 av vattarsótt, 32 ára gomul. Tey fingu børnini Andrias, Maren Susanne og Poul. Seinna konan æt Susanne Petersdatter og var úr Fuglafirði. Hon var 12 ár yngri enn hann. Tey fingu 7 børn. Húsið uppi í Króki Tað var Berthel Andersen, Bartal í Strandatáttinu, sum bygdi húsini uppi í Króki. Hetta var í Handilin í Króki Handilin í Króki byrjaði í 1860 sum úthandil hjá A. W. Skibsted. Bartal í Króki yvirtók hann í 1894 og hevði hann til hann doyði í Frá ár 1900 var handilin úthandil hjá Restorff. Handilin lat aftur í Kelda: Hilmar Kass sum kønan mann. Brillumaðurin kemur aftur longu 6. juni og tá tekur hann allar vørur (tó ikki matvørur) og allan reiðan pening, sum hann heldur seg hava rætt til at taka sum kapari. Misnøgdin við Handilin og vørutrotið er stór millum allar føroyingar. Nú og fleiri ár fram. Bátsmanningar koma úr øllum landinum og ofta er rok frammanfyri kongaliga einahandilin við rópum og ókvæmisorðum. Løbner (Emilius Marius Georgius Løbner ), kommandantur, seinni amtmaður, letur illa at eysturoyingum. Sýslumaðurin Weihe (Joen Pedersen Weihe, Søldarfirði, ) var saman við Djurhuus prósti (Andreas Djurhuus, ) komin suður saman við 50 eysturoyingum. Prósturin hevði í húsinum hjá handilsforvaltaranum Mørck hótt við at koma suður við øðrum 200 eysturoyingum og bróta inn í korngoymslurnar. Fleiri ferðir vóru bátsfeløg komin úr Eysturoynni og høvdu hótt við at binda kommandantin og bróta inn. Sonur sýslumannin hevði harafturat sett saman eitt,,lumpent og skændigt dokument við nógvum undirskriftum, sigur Løbner frá. Havnardrongurin Magnus ræðist hesar menninar. Hann fær næstan stikni til eysturoyingar. Men ein dagin hittir hann ein javnaldra innan av Strondum. Bartal eitur hann. Teir koma at kennast og gerast væl báðir. Magnus vísir honum runt í Havnini og teir tosa eisini við fleiri fólk. Ein maður steðgar á og spyr Bartal nærri um eitt orð, hann hevði hoyrt hann sagt, og vildi hava at vita, hvaðani hann var frá. Tað var hin lærdi Svabo. Hann sá ikki eydnusamur út. Hann luktaði eisini av onkrum sterkum. Somu framferð sum eysturoyingar høvdu menn úr øðrum oyggjum eisini. Onkrar bátsmanningar høvdu enntá hvalvákn liggjandi í bátinum. 2

3 Í allari Sjóvar sókn: Strendur, Skála, Skálafirði og Selatrað*, sum var størsta sókn í Eysturoy tá, búðu tilsamans 223 fólk. *Hinar bygdirnar í núverandi Sjóvar kommunu komu seinni: Morskranes í 1876, Innan Glyvur í 1884 og Kolbeinargjógv í 1933 Vit síggja yvir á toftirnar á húsunum á Dunganum í Gerðum, har Bartal Andersen búði. Fremst stendur Kidda Skúvoyingar hóttu, eins og eysturoyingar, við at binda bæði Løbner og forvaltaran niður og taka teir báðar suður við sær við makt. Teir skuldu ikki líða nakra neyð. Fugl áttu teir bæði nógvan og rotnan, søgdu teir. Saltið var uppi hjá teimum. Tað leikaði so hart á, at Løbner og hinir embætismenninir stúrdi fyri einum veruligum uppreistri í landinum. Tað er einki at ivast í, at strandingar ofta eisini hava verið uppi í hesum rokið saman við hinum eysturoyingunum. Teir høvdu saman við nes- og toftamonnum stytstu leið til Havnar. Skulu vit taka hóttanina hjá próstinum í álvara, so eru 200 eysturoyingar ein sera stórur partur av fólkatalinum í Eysturoynni tá. Tað vóru bara mannfólk í bestu árum, sum gjørdu hesar Havnarferðir. Undir krígnum stóðu barakkir har sum Bartal Andersen og Magnus hittust í 1827 Í Føroyum búðu tilsamans 5265 fólk, vísir fólkateljingini í Í næststørstu sóknini, Nes sókn, búðu 192 fólk. Var hóttanin hjá próstinum vorðin til veruleika, vóru ikki nógvir fullførir menn eftir í oynni.. Tá donsk handilsskip, hóast krígsstøðuna, í fingu loyvi at sigla við vørum til Føroya, batnaði støðan nakað. Tað var tó framvegis vandamikið at fara út á hav. Fremmand fiskiskip gjørdu seg inn á før- oyskar útróðrarbátur. Teir ætlaðu sær at taka menninar umborð at hava sum trælir. Søgur gingu um, at bátar ikki komu aftur, sjálvt um tað var dýrdarveður. Tað skuldi enntá vera vandamikið at ganga millum bygdir. Fólk komu ikki vegin fram. Í hesum ófriðar- og neyðarárum er Bartal Andersen ára gamal og býr í Gerðum á Strondum. Hann veit um alt, sum hendir í Havn. Bartal hoyrir brestin og sær roykin, tá Krúthúsið á Skansanum verður sprongt í luftina har suðuri. Tað hoyrdist eisini inn á Strendur, tá Brillumaðurin skeyt tríggjar ferðir við kanónum sínum inn yvir Havnina. 3

4 Hann spurdi seinni pápa sín, Anders, hví Brillumaðurin skeyt. Hann vildi hava skipar Hansen við sær, men hann hevði krógvað seg uppi í haganum. Teir fóru við hundi at leita eftir honum og funnu hann aftanfyri ein stein. Lítið er at leggja undir tonnina á Bartali, men gott fær hann lagt í beinini kortini. Góður stirðil er í dronginum. Sterkur maður kemur hann eisini at verða. So sterkur, at hann gerst hetjan í einum tátti. Í sjálvum Strandatáttinum. Nú í 1827 er Bartal giftur maður. Konan eitur Malena og er úr Lorvík. Eina dóttir hava tey fingið. Tað búgva millum 30 og 40 fólk í Gerðum um hetta mundi og Bartali býr á Dunganum. Henda dagin, 25. august, er gott lag á honum. Hann situr á báti og rør av dýrastu kraft. Har eru nógvir aðrir bátar á fjørðinum. Nú soltið er í kovanum og flestu kaggar tómir, er frøi á monnum. Tað er grind á Skálafjørðinum og hon skal haldast til inni í Skálafirði. Hvussu mundi tað fara at ganga? Tað hevði ikki altíð verið líka lætt. Í 1715 doyr bóndin á Ryggi í Miðvági, Joen Rasmussøn, sum hevði fest í Líktaluna skuldi presturin Peder Ditlevsen Arhboe, Petur Arabo ( ), halda. Teir høvdu ikki verið vinmenn, Jógvan bóndi og Petur Arabo. Arabo leggur bóndan undir stuldur. Tað fyrsta, presturin sigur við grøvina í kirkjugarðinum, er:,,nu træder jeg på en tyvegrav. Síðani heldur hann fram:,,en tyv levede du, en tyv døde du, en tyv skal du igen opstå. Hørð orð. Hesin ósømiligi atburður gjørdi, at Petur Arabo varð settur frá sum prestur í 1718, men hann var góður í ávikum hjá mongum føroyingi eftir tað. Eisini hjá monnum av Strondum og av Skála. Petur Arabo - staddur í Skálafirði: Eftir tað at harra Peder var settur frá embætinum, kom ein stór grind í Skálafjørð í Eysturoy, men tó at Skálabotnur tá var eitt tiltikið grindapláss, hvar ið grind varð hildin vís at doyggja, vildi tað ikki bera til at fáa hesa grindina rikna inn í botn og dripna. Fólk hildu fananskap vera uppi í grindini; eitt var, sum hevði botn fyri eygunum, og tá ið tað kavaði, klappaði hesin botnur so hart í sjógvin; av tí kallaðu tey tað Klappus. Skálamenn fóru vestur í Vágar til at biðja Peder Arrheboe leggja sær ráð, hvussu teir skuldu fáa grindina dripna, og lovaðu honum størsta hvalin afturfyri. Har afturat skrivaði landfútin sjálvur bræv til hansara og bað hann koma grindamonnunum til hjálpar, um hann visti nakað ráð til at reka henda devulskap burtur, sum forðaði grindini. Harra Peder kom, skrivaði nøkur orð upp á ein pappírslepa og bað eina bátsskipan fara við honum og floyta hann á sjógvin uttan fyri grindina. Grindin doyði, men eysturoyingar tveittu presti bert ein leiftur og ikki størsta hvalin, sum teir høvdu lovað. Tá lovaði harra Peder, at grind skuldi ikki doyggja aftur í Skálafirði, og so varð. Næstu ferð ið grind kom í Skálafjørð, doyði einans hvalur. Nu dræbe de grind udi Skålebund udi Østerø, men de få ikke mere end den mindste, segði harra Peder. Jacob Jacobsen: Færøske folkesagn og eventyr Grindin ger landgongd. Á sandinum í Skálafirði liggja 34 grindahvalir á 250 skinn. Væl hevur verið glaðað, tí har eru bátar komnir úr nógvum bygdum. Tá bátsmanningarnar hava fingið bátspartarnar inn í bátarnar, verður róð heim aftur. Ein Havnarbátur er komin heilt út í fjarðarmunnan við sínum grindafarmi, tá teir vanda veður og gera av at seta upp á Strondum. Teir fara inn til Bartal Andersen á Dunganum. Ein teirra kendi Bartal frá dreingjaárunum. Tað var Magnus. Hann gjørdist seinni kendur um allar Føroyar sum Magnus Brók. Mamma Bartal, Elisabeth, liggur í seingini. Hon er 68 ár. Hon fylgir væl við í prátinum hjá hesum fremmandu monnunum. 4

5 Kona Bartal, hin 27 ára gamla Malena, roynir at seta tað lítla fram fyri hesum monnum, sum húsið kann bjóða. Bartal hevur verið í hornaskápinum. Menn eru vásaklæddir, júst komnir úr grindadrápi. Deymurin av hesum monnum fyllir allan skálan. Menninir fáa gott blóð. Gamlar hendingar, felags kenningar, stórmenni og roysni verða havd á lofti. Prátið verður, sum tað plagar at vera, tá krukkan gongur munn av munni og lagið er gott. Styrki, sterkir menn, kempur og risar - fyrimyndirnar í eygunum hjá monnum. Grindir í Skálafirði Fyrstu ferð vit vita um, at grind er hildin til á Skálafjørðinum, er í 1588, tá 115 grindahvalir løgdu beinini. Síðani hava 12 aðrar grindir verið hildnar til har, seinast 1. juli grindahvalir grindahvalir grindahvalir á 720 skinn grindahvalir á 89 skinn grindahvalir á 60 skinn (3 gyllinsfiskar ella høgt mettir) grindahvalir á 162 skinn (eisini stórt skinnatal 12 í gj.snitt grindahvalir á 821 skinn grindahvalir á 493 skinn grindahvalur á 10 skinn grindahvalir á 360 skinn grindahvalir á 60 skinn grindahvalir á 250 skinn grindahvalir Kelda: Heimabeiti So finna teir uppá at fara at rætta tong. Bartal og Magnus royna seg eisini. Teir seta á. Knúgvarnir hvítna, andlitini rádna og ryggirnir spennast. Bartal vinnur. Tað var tað. Hatta var alt. Har var eingin glíming sum hjá vágbinginum Regin í Toftum, sum fekk eyka megi við eini trístrendari nál. Har var einki buldur og onki brak. Hetta er søgan aftanfyri Strandatáttin, soleiðis sum eftirkomararnir hjá teimum, sum stóðu nær hesi hending, hava fortalt sínum eftirkomarum: Bartal Andersen og havnarmaðurin Magnus rættu tong niðri á Dunga í Gerðum og Bartal vann. Táttayrkingin stóð í besta blóma hesa tíðina. Ì tættunum varð ikki leitað aftur til gamlar hendingar og miklar kappar. Vit eru ikki staddir í Roncavaux uppi í Pyre-nearafjøllunum, í sjálvum Runsivali, saman við Rólanti hin 15. august 778 ella umborð á Orminum Langa við Svøldur góð 200 ár seinni. Tað eru hendingar her og nú, í nærumhvørvinum, sum yrkt verður um og sum kvøðið verður á gólvið. Um stuttligar hendingar, um býttar gerðir, sum ofta lýsa mentalu støðuna hjá teimum persónum, sum yrkt var um. Tættirnir eru sum keipumyndir: persónarnir verða lýstir við fáum strikum, sjáldan gjørdir vakrari og tær býttu gerðirnar ella hendingarnar verða blástar upp. Òrevsaður slapst tú ikki at gera tær fyri skommum. Òskammaður slaps tú ikki at ganga millum manna, um tú ikki fylgdi siðbundnum normum og atferðarreglum. Fólk høvdu eisini í teimum døgum tørv á at hava okkurt til teitis - at sleppa at flenna, at gloyma dagliga knossið, at hava tað stuttligt. Tað var bara ikki lukkuligt at vera tann, ið stóð fyri skotum. Kendasti táttayrkjarin, Nólsoyar-Páll ( ), hevði nú verið saknaður í út við 20 ár, men í Kollafirði livdi Sjóvarbóndin, Jens Chr. Djurhuus ( ), sítt fríska lív. Á Strondum dugdu fólk eisini at yrkja - at fáa nógv burturúr lítlum. Ein strandingur yrkti sama kvøld, sum grindin í Skálafirði legði beinini, ein tátt. Tað er Strandatátturin. Keldur: H. J. Debes: Føroya søga 3, M. D. á Ryggi: Miðvingasøga, A. Weihe, H. E. Skálagarð Myndir: Úr myndasavninum hjá Lassa Borðoy Eftirskoyti: Skal Strandatátturin tíðarfestast eftir grindadrápunum í Skálafirði, so eru bara tríggir møguleikar, sí talvuna. Eg havi valt árið 1827 sum mest sannlíkt. R.D. 5

6 Gevið ljóð og lýðið á under så grøn en lide, nakað veit eg at fortelja frá. Kongen af Dannemark lader sig hævne. 2. Tað búði ein maður suðuri í Havn, Magnus Brók var hansara navn. 3. Hann kom ferðandi heim á Strendur at royna sínar stóru og sterku hendur. 4. Tann havnarmaður so errin var:,,man nakar á Strondum tora ímóti mær? 5. Gamli Bartal svaraði til:,,jú víst hugsi eg, at onkur vil. 6. Eg skal siga tær orðini slík, at lítið virða vit ein súpanarkík. 7.,,Eg skal siga tær enn nú meir: Kom tær ikki í holt við teir. 8. Tá knýtti Magnus sín stóra neva, hann ætlaði Bartal á nasar at geva. 9. Har var látur, og har var gaman, tá Magnus og Bartal teir brustu saman. 10. Bardust teir um allar grensur, teir klóraðust og bitust sum ketta og frensur. 11. Har var róp, og har var skrálan, rópini hoyrdust inn á Brenda Skála. 12. Har var látur, og har var grin, tá Bartal skræddi Magnusa rukkugin. 13. Har var látur, og har var brumm, tá plantupinnurin stóð útum. 14. Men hetta legði Magnus einki í, hann bardist líka væl fyri tí. 15. Bardust teir har aftur og fram, endin var tann, at Bartal vann. 16. Magnus við sínum krúlluta høvdi, hann lá undir Bartali og gløddi. 17. Magnus við sínum krúlluta grúki, hann lá undir Bartalsa búki. 18. Bartalsa kona fleyg í grát:,,nú hava tit dripið ein kongsins soldát! 19. Hin gamla í songini rópar morð. Potturin í eldin og rokkurin í sor. 20. Yvir til Toftir har hoyrdist eitt buldur, tá rokkurin hjá Bartali hann gekk sundur. 21. Mikkjals Óli um klinkuna fekk, hann visti ikki betur, enn verðin forgekk. 22.,,Nú hevur hon staðið ta tíð so langa, forvíst meini eg, at hon fer at forganga. 23. Inn kemur Bartalsa kona so fromm:,,hetta verður tykkum ein ólukku skomm. 24. Hetta verður tykkum til háð og spott, forvíst fáa tit ein ljótan tátt! 25. Sannheit segði konan tað, tátturin bleiv yrktur tann sama dag. 26. Hetta sama háð og spott, under så grøn en lide, hetta kalla vit fyri Strandatátt, kongen af Dannemark lader sig hævne. 6

Søgan um "Vesturhavið Blíða"

Søgan um Vesturhavið Blíða Síða 28 Nr. 284 Hósdagur 9. januar 2003 10,- Føroysk kirkjufólk á Filippinunum Grønlandstíðindi frá Kára við Stein Síða 23 Gamlar Havnarmyndir Carolina Heinesen greiðir m.a. frá, tá gamli Rubek, f. 1816,

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 3 mai. 2010 63. árið Kirkjuligt Missiónsblað KALLIÐ Legg tú á Harran tínar leiðir, og lít tú á hann, hann man tað útinna. Sálm. 37,5. Kallið, til at arbeiða í Guds ríki, er Guds gáva til hvørt einstakt

Læs mere

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál. Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál. Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess DANSK 1-2-3 Danskt sum 1., 2. og 3. mál Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess Hvat halda næmingar um danskt og undirvísing í donskum / Hvad synes eleverne om dansk og danskundervisningen? Spørgeskemaundersøgelse

Læs mere

http://www.vagaportal.fo/pages/posts/oli-jacobsen-skrivar-v...

http://www.vagaportal.fo/pages/posts/oli-jacobsen-skrivar-v... Page 1 of 9 Mikudagur 26 August 2009 Set til startsíðu Lýsingar Um Vágaportalin Forsíða Vágatíðindi Onnur tíðindi Mentan Bøkur Tónleikur Framsýningar Ólavur í Beiti tann 06/06/2009 kl. 18:34 Tiltøk Krutl

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 6 sep. 2011 64. árið Kirkjuligt Missiónsblað BØNARLÍV Í Jóh. 2,1-11 læra vit nógv av Mariu um bøn. Maria fer beina leið til Jesus við síni bøn. Hon sigur Jesusi frá, hvat vertsfamiljuni tørvar. Bøn

Læs mere

Sigurd fekk medalju fyri sigling í krígstíð í Íslandi

Sigurd fekk medalju fyri sigling í krígstíð í Íslandi Síða 4 Ættarliðsskifti í Realinum Nr. 344 Hósdagur 9. juni 2005 12,- Mynd: Kristian M. Petersen Síða 9 Sigurd fekk medalju fyri sigling í krígstíð í Íslandi Sigurd Joensen sum umboðar FF við Johannu, fekk

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 7 nov. 2012 65. árið Kirkjuligt Missiónsblað VIT MUGU HAVA HEILAGA ANDAN. Uttan halgan skal eingin síggja Harran! (Heb.12,14) Tað er ein sannleiki, sum nógv kenna, men sum fá veruliga hugsa um. Hvussu

Læs mere

Ein livandi Kristus til ein doyggjandi heim

Ein livandi Kristus til ein doyggjandi heim Ein livandi Kristus til ein doyggjandi heim John Drane prestur segði frá lívssøgu síni í God Channel. Hann kom ikki úr einum kristnum heimi. John var nógv hjá abba sínum, sum heldur ikki var trúgvandi.

Læs mere

Marius smíðar bát í Íslandi. ALS 10 ár. Stór frásøgn frá hátíðarhaldinum. Bjarni Djurholm má steðgast og fiskimonnum má vera tryggjað rættindi.

Marius smíðar bát í Íslandi. ALS 10 ár. Stór frásøgn frá hátíðarhaldinum. Bjarni Djurholm má steðgast og fiskimonnum má vera tryggjað rættindi. Síða 13 Nr. 282 Hósdagur 5. desember 2002 10,- Marius smíðar bát í Íslandi Sigurd Simonsen, seinasti partur. Síða 25 Fiskivunnuráðið: Noktað er fiskimanni sjúkraviðbót hóast lógarheimild Rættarstøðan hjá

Læs mere

Um sjónleikir og sjónleikarar á Strondum og eina forkunnuga vitjan í Heygsstøð í 1959

Um sjónleikir og sjónleikarar á Strondum og eina forkunnuga vitjan í Heygsstøð í 1959 Um sjónleikir og sjónleikarar á Strondum og eina forkunnuga vitjan í Heygsstøð í 1959 Elstu frásøgn um sjónleik í Føroyum hava vit frá J.C.Svabo. Hann skrivar í ritgerð síni, Indberetninger fra er Reise

Læs mere

Minni um teir, sum sigldu og teir, sum doyðu undir krígnum Ferðin hjá "Johannu" eitt rimmar tiltak.

Minni um teir, sum sigldu og teir, sum doyðu undir krígnum Ferðin hjá Johannu eitt rimmar tiltak. Nr. 345 Hósdagur 23. juni 2005 12,- Baksíðan Býráðslimurin av Trøllanesi Signhild kann greiða frá hvussu útoyggjapoltikkur kann skipast. Mynd: Kristian M. Petersen Minni um teir, sum sigldu og teir, sum

Læs mere

Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar

Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar OLE WICH 2013 Javnaðarflokkurin á Fólkatingi Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir

Læs mere

Út á Fagranes, har 7 fiskimenn mistu lívið í 1927

Út á Fagranes, har 7 fiskimenn mistu lívið í 1927 Nr. 300 Hósdagur 28. august 2003 10,- Síða 10 Umboð fyri Tony Blair á fund við FF Tony Blair hevur sovæl Irak sum føroysku fiskidagaskipanina í huganum. Seinasti partur av Onnu Evensen Út á Fagranes, har

Læs mere

-Tær skal ikki lutast eydnu í verøldini hiðanífrá, Malan! Ein óður maður av Norsku Løvu biður ilt oman yvir Maluna Hanusardóttir í 1708

-Tær skal ikki lutast eydnu í verøldini hiðanífrá, Malan! Ein óður maður av Norsku Løvu biður ilt oman yvir Maluna Hanusardóttir í 1708 Trøllið við Sjógv -Tær skal ikki lutast eydnu í verøldini hiðanífrá, Malan! Ein óður maður av Norsku Løvu biður ilt oman yvir Maluna Hanusardóttir í 1708 -Abbi, kanst tú ikki fortelja mær um Trøllið við

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 3 mai. 2012 65. árið Kirkjuligt Missiónsblað BÍBLIAN - KELDA TIL LJÓS OG FATAN Tá ið Sun Yat-sen, sum var ein politiskur oddamaður í Kina í 1912, einaferð varð spurdur, nær stóra vekingin í Kina byrjaði,

Læs mere

Svenskur elitusvimjivenjari

Svenskur elitusvimjivenjari Síða 26 Nr. 275 Hósdagur 15. august 2002 10,- Svenskur elitusvimjivenjari til Føroya Svenski Mats fann kærleikan í Føroyum So nú liggur fyri hjá okkara svimjarum Fiskiskapur: Meira av tungu og størri upsi

Læs mere

Lívsins salt. Vit hava verið í Ibiza og hugt eftir saltframleiðslu. Neptun og Nólsoy

Lívsins salt. Vit hava verið í Ibiza og hugt eftir saltframleiðslu. Neptun og Nólsoy Nr. 327 Hósdagur 7. oktober 2004 12,- Síða 5 Frá fiskimanni til trúboðara Herfyri kom út bókin "Johan" við undirheitinum "Fra fisker til menneskefisker". Lívsins salt Vit hava verið í Ibiza og hugt eftir

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 6 sep. 2012 65. árið Kirkjuligt Missiónsblað SAMFELAG VIÐ GUD 1. Jóh.1,6-10: Um vit siga, at vit hava samfelag við hann, og ganga í myrkrinum, tá ljúgva vit og gera ikki sannleikan. Men um vit ganga

Læs mere

Andras á Forunum og Ríki-Rasmus við Sjógv

Andras á Forunum og Ríki-Rasmus við Sjógv Gentan hjá Ríka-Rasmusi doyði dagin fyri brúdleypið Andras á Forunum og Ríki-Rasmus við Sjógv Bæði Andras Poulsen og pápabeiggin Rasmus vóru nógv ár til lands í Íslandi Andras Inni í Húsi við Sjógv verður

Læs mere

Sagsøgeren har påstået sagsøgte dømt til at betale 42.400 kr. med procesrente fra den 26. juni 2003, subsidiært procesrente fra den 22. april 2008.

Sagsøgeren har påstået sagsøgte dømt til at betale 42.400 kr. med procesrente fra den 26. juni 2003, subsidiært procesrente fra den 22. april 2008. DOM Afsagt af retten på Færøeme den 22. december 2009 IBS-sagnr. 619/2008 Skatteyderi mod TAKS Samandráttur: Málið snýr seg partvís um saksøkjarin, skattagjaldari, skal rinda mvg av skrásetingaravgjaldinum

Læs mere

- Webundersøgelse, Fólkaskúlaráðið, oktober 2013. Fólkaskúlaráðið. Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på

- Webundersøgelse, Fólkaskúlaráðið, oktober 2013. Fólkaskúlaráðið. Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på Fólkaskúlaráðið Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på og erfaringer med ressourcentre på skolerne 2013 Udarbejdet af Scharling Research for bestyrelsen i Fólkaskúlaráðið, oktober 2013 Scharling.dk

Læs mere

Hvussu kunnu vit liva sum trúgvandi í dag?

Hvussu kunnu vit liva sum trúgvandi í dag? Hvussu kunnu vit liva sum trúgvandi í dag? Titus 2, 11-15 Haldi tað er eitt sindur ymiskt, hvat hugtekur okkum mest, tá ið tað kemur til evni í sambandi við okkara kristinlív. Summum dáma væl bíbliusøgurnar

Læs mere

Framleiðsla av salti

Framleiðsla av salti Síða 2 Nr. 329 Hósdagur 5. november 2004 12,- Sámal Jákup farin í land Aftaná 50 ár á sjónum er Sámal Jákup givin. 100 ár síðan fyrsta Gøtuskipið fórst Tað gekk illa hjá fyrstu gøtumonnum, sum fingu sær

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 5 aug. 2011 64. árið Kirkjuligt Missiónsblað BØN Seinastu tíðina havi eg hugsa nógv um bøn. Tað eru fleiri orsøkir til tess. Vit hava júst verið í einum muslimskum landi í góðar tríggjar mánaðir fyri

Læs mere

Klagan til TV2. Hvat kann gerast. Upplivdi illveðrið í 1932, ið beindi fyri formanni í FF. Livravirkið á Eiði. Frásøgn hjá Andrew Godtfred:

Klagan til TV2. Hvat kann gerast. Upplivdi illveðrið í 1932, ið beindi fyri formanni í FF. Livravirkið á Eiði. Frásøgn hjá Andrew Godtfred: Nr. 323 Hósdagur 5. august 2004 12,- Síða 13 Livravirkið á Eiði Nýggj roynd at gagnnýta livrina og aðrar úrdráttir. Vit hava verið á Eiði og hitt virkisleiðaran Onnu Katrin Matras. Síða 9 Frásøgn hjá Andrew

Læs mere

Aftaná eitt misálit Tað hjálpir einki bert at seta nýggjan landsstýrismann. Tað, sum ræður um, er ein fullkomilig umskipan av fiskimálaráðnum.

Aftaná eitt misálit Tað hjálpir einki bert at seta nýggjan landsstýrismann. Tað, sum ræður um, er ein fullkomilig umskipan av fiskimálaráðnum. Nr. 285 Hósdagur 23. januar 2003 10,- Grønlandstíðindi frá Kára við Stein Síða 23 Síða 21 Aftaná eitt misálit Tað hjálpir einki bert at seta nýggjan landsstýrismann. Tað, sum ræður um, er ein fullkomilig

Læs mere

Kvinnurnar við grøvina

Kvinnurnar við grøvina Nr. 2 Mars 2017 70. árið Kvinnurnar við grøvina Luk. 24,1-12. Alvhild Vassel Eide, Noreg - Effie Campbell Hendingin fer fram í lýsingini fyrsta dagin í vikuni ta páskahøgtíðina, tá ið Jesus varð krossfestur,

Læs mere

Skiparin sum virkaði sum tannlækni

Skiparin sum virkaði sum tannlækni Síða 6 Hanna 80 ár Hanna Lisberg er eisini partur av okkara fakfelagssøgu Nr. 374 Hósdagur 24. august 2006 15,- Sjómannadagurin Vit hava øðrvísi frásagnir frá sjómannadegnum Síða 4, 12, 20 & baksíðan 100

Læs mere

Frágreiðing frá Skipaeftirlitinum um arbeiðsvanlukku umborð á Túgvusteini hin

Frágreiðing frá Skipaeftirlitinum um arbeiðsvanlukku umborð á Túgvusteini hin P/f Thor Bryggjan 5 420 Hósvík Miðvágur, hin 05. januar 2009 Mál: 20030532-33 Viðgjørt: JS Frágreiðing frá Skipaeftirlitinum um arbeiðsvanlukku umborð á Túgvusteini hin 19-09-2008 Frágreiðing um skipið

Læs mere

Jesus biður fyri okkum Joh. 17, 20-26

Jesus biður fyri okkum Joh. 17, 20-26 Jesus biður fyri okkum Joh. 17, 20-26 Joh. 17, 20-26 er endin á høvuðsprestabønini, sum Jesus bað áðrenn hann var tikin til fanga. Her biður Jesus fyri øllum komandi trúgvandi, teimum sum skulu koma til

Læs mere

Hvat hendi við russarunum?

Hvat hendi við russarunum? Nr. 280 Hósdagur 7. november 2002 10,- Kennir nakar klippfiskamerkið? Vit hava frásøgn um "klippfiskamerkið" frá 1931, men vilja fegin frætta meira. Síða 18 Síða 4 Síða 14 Samrøða við gamla landsdjóralæknan

Læs mere

Sólskinssøga á heilsuøkinum

Sólskinssøga á heilsuøkinum Malmberg farin Malmberg var tann seinasti frá Tór 2. Síða 19 Nr. 330 Hósdagur 18. november 2004 12,- Síða 4 Okkurt hendir á heilsuøkinum. Sólskinssøga á heilsuøkinum Bluffið hjá løgmansskrivstovuni Politiska

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 1 feb. 2011 64. árið Kirkjuligt Missiónsblað KIRGISISTAN Tað eru nógvir møguleikar at dríva missión, og ymiskt er, hvussu menniskju hava hoyrt gleðiboðskapin og komin til trúgv. Men tó er eitt felags

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 8 des. 2010 63. árið Kirkjuligt Missiónsblað JESUS OG JÓLAMAÐURIN Ert tú veruliga til reiðar at halda jól? Um hesa tiðina er so nógv um at vera, at vit nærum ikki hava stundir til at hugsa um hví vit

Læs mere

Altjóða fiskivinnuserfrøðingurin Ben Yami kemur aftur Vænta at fáa íkast til at meta um okkara fiskivinnuskipanir.

Altjóða fiskivinnuserfrøðingurin Ben Yami kemur aftur Vænta at fáa íkast til at meta um okkara fiskivinnuskipanir. Síða 11 Nr. 365 Hósdagur 20. apríl 2006 15,- 120 ára gamli handilin við Gjógv opnar aftur Kanska eru glottar fyri Gjógv. Síða 9 Síða 6 Tummas fór til Suðurgeorgia Tummas á Skipanesi fór til heimsins enda

Læs mere

Fiskimaðurin sum gjørdist dýnukongur

Fiskimaðurin sum gjørdist dýnukongur Nr. 362 Hósdagur 9. mars 2006 15,- Síða 18 Er løgmaður sjálvur forðing fyri egnari visjón? Fiskimaðurin sum gjørdist dýnukongur Vit fara aftur um Jákup á Dul Jacobsen. Síða 12 Villleiddi Útvarpið danska

Læs mere

Men størstur av teimum er kærleikin

Men størstur av teimum er kærleikin Nr. 19 17. september 2017 77. árg. Men størstur av teimum er kærleikin 1. Kor.13,13. Vitið góðtekur ikki altíð arbeiðsháttin hjá kærleikanum, og lívið hevði verið fátækt, um tað var soleiðis. Meðan vitið

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 2 15. mars 2008 61. árið Kirkjuligt Missiónsblað TAÐ ER FULLGJØRT Jákup Olsen skrivar Øðrum hevur hann hjálpt, men sær sjálvum er hann ikki mentur at hjálpa! - Matt. 27,42 a. Tit leita eftir Jesusi

Læs mere

Veiðihagtøl fyri lunda Bergur Olsen og Jens-Kjeld Jensen

Veiðihagtøl fyri lunda Bergur Olsen og Jens-Kjeld Jensen Veiðihagtøl fyri lunda Bergur Olsen og Jens-Kjeld Jensen 24.1.211 Her verður ein samandráttur skrivaður um tey fyrstu úrslitini. Seinni verður ein nágreinilig frágreiðing skrivað sum eitt smárit til Havstovuna,

Læs mere

Søgan hjá einum krígssiglara. 75 ár liðin síðan sorgarleikin við "Riddaranum" Síða 2. Síða 13. Síða 22

Søgan hjá einum krígssiglara. 75 ár liðin síðan sorgarleikin við Riddaranum Síða 2. Síða 13. Síða 22 Síða 2 Nr. 277 Hósdagur 26. september 2002 10,- Eingin hummari á Skeiva Banka Síða 13 Søgan hjá einum krígssiglara Sigurð Simonsen í Fuglafirði greiðir frá síni sigling undir krígnum. Síða 22 75 ár liðin

Læs mere

Ársins studentur. Áhugaverd frásøgn frá meslingagrindini, sum var í Gøtu í Vit hava myndir frá grindini, sum ikki fyrr hava verið alment kendar.

Ársins studentur. Áhugaverd frásøgn frá meslingagrindini, sum var í Gøtu í Vit hava myndir frá grindini, sum ikki fyrr hava verið alment kendar. Síða 2 Nr. 272 Hósdagur 4. juli 2002 10,- Ársins studentur Lesið søguna um Áka sum hóast sera skerdan førleika kortini fekk studentsprógv. Vitjan á Sjóbjargingarstøðini Neyðug kunning fyri øll siglandi.

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 4 juni. 2012 65. árið Kirkjuligt Missiónsblað GLEÐIÐ TYKKUM Í HARRANUM ALTÍÐ! Í 1. Jóh. 1,4-5 lesa vit: v4 Gleðið tykkum í Harranum altíð! Eg sigi uppaftur: Gleðið tykkum! v5 Spaklyndi tykkara verði

Læs mere

Fólkaheilsukanning Hvussu hevur tú tað 2015

Fólkaheilsukanning Hvussu hevur tú tað 2015 Fólkaheilsukanning 2015 - Hvussu hevur tú tað 2015 Fólkaheilsuráðið juni 2016 Sálarheilsa Sálarheilsa Perceived Stress Scale Í hesi kanningini verður PSS (Perceived Stress Scale) nýtt fyri at meta um sálarheilsuna

Læs mere

Heilsulýsing Landslæknans 2011-2012

Heilsulýsing Landslæknans 2011-2012 ISSN 0903-7772 Heilsulýsing Landslæknans 2011-2012 Greitt úr hondum hevur Høgni Debes Joensen, landslækni Medical Report 2011-2012 from the Chief Medical Officer in the Faroes 1 2 Heilsulýsing Landslæknans

Læs mere

Fiskimaðurin Andrias í Tarti. Vit ynskja honum tillukku og hava 5. part av hansara lívssøgu. M.a. eru vit í barsil hjá Georg L. Samuelsen í 1911.

Fiskimaðurin Andrias í Tarti. Vit ynskja honum tillukku og hava 5. part av hansara lívssøgu. M.a. eru vit í barsil hjá Georg L. Samuelsen í 1911. Nr. 379 Hósdagur 23. november 2006 15,- Síða 6 Søgan um Coronet Frásøgn frá samkomuni í Klaksvík Fiskimaðurin Andrias í Tarti 100 ár Vit ynskja honum tillukku og hava 5. part av hansara lívssøgu. M.a.

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 7 nov. 2008 61. árið Kirkjuligt Missiónsblað JESU FANGI Tá ið Jesus varð tikin uttanfyri Getsemane urtagarð, varð hann førdur til Kaifas, høvuðsprestin, har hann varð avhoyrdur og sat fangi nakrar

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 7 nov. 2010 63. árið Kirkjuligt Missiónsblað BJARGING FYRI ØLL! Men alt er frá Guði, sum gjørdi okkum sáttar við seg við Kristi og gav okkum sáttargerðartænastuna, við tað at tað var Guð, sum í Kristi

Læs mere

Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland

Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland I medfør af 41, stk. 6, 53, stk. 8, og 95 i lov om arbejdsløshedsforsikring m.v., jf. lovbekendtgørelse

Læs mere

Mest støðuga fiskavirkið er í Vági

Mest støðuga fiskavirkið er í Vági Nr. 338 Hósdagur 17. mars 2005 12,- Síða 17 Einki hendir í rækjumálinum Tveir mánaðar eftir freistina hjá løgmanni er einki hent. Small is beautiful kunnu teir eisini siga í Vági. Vit hava vitjað JMA.

Læs mere

Verkið liðugt hjá Líggjasi

Verkið liðugt hjá Líggjasi Nr. 325 Hósdagur 2. september 2004 12,- Síða 9 Barbistovusøgan Naena Danielsen skrivar um Barbistovuættina í Syðrugøtu. Í Lopra hittu vit Jákup Joensen, sum ikki hevur givið skarvin yvir hóast pensjónistaaldur.

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 3 mai. 2011 64. árið Kirkjuligt Missiónsblað SAMKOMAN Í EFESUS OKKARA SAMKOMA Eingin samkoma er fullkomin her á jørð. Jú, í trúnni eru vit fullkomin fyri Gudi, men her á jørð eru vit syndarar og samkoman

Læs mere

Bette og handilin á Høvdanum

Bette og handilin á Høvdanum Bette og handilin á Høvdanum Cathrine Elisabeth Andreasen, Bette á Høvdanum, fødd 21. mars í 1909, situr við kassan í handlinum. Bygdarfólkið rópa henda handilin ofta,,á Høvdanum ella at tey fara oman,,til

Læs mere

"Okkara maður" í Sandoynni fyllir runt. Sigmund verður 75. Vit dokumentera, at sjónvarpstíðindini vóru fupp. Úr Syðrugøtu til Aberdeen

Okkara maður í Sandoynni fyllir runt. Sigmund verður 75. Vit dokumentera, at sjónvarpstíðindini vóru fupp. Úr Syðrugøtu til Aberdeen Nr. 352 Hósdagur 6. oktober 2005 12,- "Okkara maður" í Sandoynni fyllir runt. Síða 3 Sigmund verður 75 Fupp og fakta um tilfeingisgjald og -rentu Vit dokumentera, at sjónvarpstíðindini vóru fupp Síða 6

Læs mere

Tvær kvinnur leggjast afturat stóra skaranum av einkjum á Strondum

Tvær kvinnur leggjast afturat stóra skaranum av einkjum á Strondum Tvær kvinnur leggjast afturat stóra skaranum av einkjum á Strondum Lagið er gott, brúðarvísan gongur væl. Jógvan, beiggi Frits, skipar. Den samme himmelske herre og Gud bede vi for Eder både: under Eder

Læs mere

Løgmaður um fiskivinnuna

Løgmaður um fiskivinnuna Nr. 348 Hósdagur 11. august 2005 12,- Ein einastandandi frásøgn um persónligar royndir av nasismuni, sum endaðu við ferðaseðil til Auschwitz. Hanna - týskur jødi undir nasismuni: Fyrst tóku teir pápan,

Læs mere

Kvinnan við Sikarsbrunn Partur II Joh. 4, 1-43

Kvinnan við Sikarsbrunn Partur II Joh. 4, 1-43 Kvinnan við Sikarsbrunn Partur II Joh. 4, 1-43 1 Óuppiborðin felagsskapur við Jesus Jesus kennir trupulleikarnar hjá hesi kvinnu, men hann veit eisini, hvør loysnin er. Hann veit altíð, hvør loysnin er.

Læs mere

Ríki maður og Lázarus Luk. 16,

Ríki maður og Lázarus Luk. 16, Ríki maður og Lázarus Luk. 16, 19-31. Úr bókini Sæden er Guds ord Øivind Andersen Hetta líknilsið er av øðrum slag, enn tað vit hava sæð í Matteus Evangeliinum. Her snýr tað seg ikki um myndatalu ella

Læs mere

Føddur undir Hitler, vaksin upp undir Stalin

Føddur undir Hitler, vaksin upp undir Stalin Nr. 291 Mikudagur 16. apríl 2003 10,- "Smyril/Dúgvan" í Afrika Ungur føroyskur sjómaður hevur hitt "Smyril/Dúgvuna" í Afrika. Síða 25 Ballónin hjá Fíggjarmálaráðnum brostin Grundarlagið fyri "kapringini"

Læs mere

HAVNAR KLUBBI oktober Endurgerð av minnisriti Havnar Klubba, tá hann fylti 160 ár.

HAVNAR KLUBBI oktober Endurgerð av minnisriti Havnar Klubba, tá hann fylti 160 ár. Endurgerð av minnisriti Havnar Klubba, tá hann fylti 160 ár. 1799-27.oktober - 1959 Teksturin er ikki broyttur, bert innskannaður, og tí sæst týðiliga, hvussu nógv skriftmálið hevur broytt seg tey seinastu

Læs mere

ATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN H71 - NEISTIN. Sunnudagin 28. september kl. 16.00 Hoyvíkshøllin

ATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN H71 - NEISTIN. Sunnudagin 28. september kl. 16.00 Hoyvíkshøllin KAPPINGARÁRIÐ 2014-15 HEIMA Í HOYVÍK ATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN H71 - NEISTIN Sunnudagin 28. september kl. 16.00 Hoyvíkshøllin Pensjón Betri at hava gott í væntu 1. januar 2014 kemur nýggja pensjónslógin

Læs mere

Enok maðurin, sum gekk við Gudi

Enok maðurin, sum gekk við Gudi Enok maðurin, sum gekk við Gudi Les ið: 1. Mós. 5,21-23; Hebr. 11,5-6 og Judas v. 1-1 UMSKIFTIÐ. Bíbliulesarar kenna helst Enok sum mannin, sum gekk saman við Gudi. Eitt umskifti kom í lívi Enoks, tá ið

Læs mere

forbindelse med både ansættelse, ændring i ansættelsesforhold og ved afslutning af ansættelsen.

forbindelse med både ansættelse, ændring i ansættelsesforhold og ved afslutning af ansættelsen. Retningslinie Uppgávu- og ábyrgdarbýtið ímillum og eindir/leiðarar á LS, tá ið byrjar í starvi, broytir starv innanhýsis ella fer úr starvi / Opgave og ansvarsfordeling mellem medarbejdere og afdelinger

Læs mere

Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging

Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging Galdandi frá 1. januar 2016 1. Tryggingaravtalan Stk. 1. Tryggingaravtalan fevnir um bólkalívsavtaluna og niðanfyristandandi tryggingartreytir. Stk. 2. Frávik til

Læs mere

Smiðjan á Skipanesi Brot úr okkara smiðjusøgu. Okkara maður í Nambia. Er prískappingin í vanda? Børn á Sanatoriinum

Smiðjan á Skipanesi Brot úr okkara smiðjusøgu. Okkara maður í Nambia. Er prískappingin í vanda? Børn á Sanatoriinum Síða 4 Nr. 372 Hósdagur 27. juli 2006 15,- Hvussu minka við gapið millum fiskimenn og fiskifrøði? Frásøgn frá fundi við Menakhem Ben Yami Eru vit við at fara aftur í 80-ini? Síða 26 Er prískappingin í

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 8 15. desember 2007 60. árið Kirkjuligt Missiónsblað JESUS, FRELSARI OKKARA Hvat ynskir tú tær til jóla? Hetta er ein sera vanligur spurningur, ið vit fáa settan hesa tíð av árinum. Tað verður bara

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Kirkjuligt Missiónsblað JESUS-KONGURIN Hetta er søgan um ein kong. Vit skulu lesa úr Jóhannesar evangelium 18. kapittul, frá 33. versi: Pilatus fór tá inn aftur í borgina, og hann kallaði Jesus til sín

Læs mere

Vegleiðing at dagføra GPS-kort. Tillukku við tínum keypi av GPS-korti. Kortið fevnir um Føroyar.

Vegleiðing at dagføra GPS-kort. Tillukku við tínum keypi av GPS-korti. Kortið fevnir um Føroyar. Vegleiðing at dagføra GPS-kort Sp/f Munin Dalavegur 47 FO-100 Tórshavn Føroyar www.munin.fo E-mail : munin@munin.fo Tlf. +298 35 36 00 Fax +298 35 36 01 Tórshavn tann 25-11-2013 Tillukku við tínum keypi

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 7 nov. 2011 64. árið Kirkjuligt Missiónsblað TEKINI Í JÓHANNES EVANGELIIÐ Jesus gjørdi hitt fyrsta tekinið í einum brúdleypi (Jóh. 2). Hetta brúdleypið var í Kána í Gallilea. Mamma Jesu var boðin við,

Læs mere

Givið út 30. mai 2017

Givið út 30. mai 2017 Givið út 30. mai 2017 Nr. 78 29. mai 2017 Løgtingslóg um broyting í ymiskum lógum á málsøkinum persóns-, húsfólka- og arvarætti (Myndugleikaflyting vegna yvirtøku av málsøkinum) Samsvarandi samtykt Løgtingsins

Læs mere

Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding av elinnleggjarum

Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding av elinnleggjarum Johan Dahl, landsstýrismaður Vinnumálaráðið Tinganes FO-100 Tórshavn Landsstýrismálanevndin 01.06.2011 j. nr. 7.13-20110005 14 bl/td (at tilskila í svari) Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding

Læs mere

Nr. 1 Februar árið

Nr. 1 Februar árið Fællesbrev nr. 126 Arusha 20/1 2016 1 Når vi det? Julebrevet blev skrevet, men sidste fællesbrev har et stykke tid på bagen. I december tog vi endnu en tur til YMCA i Moshi, hvor vi tog en uges ferie.

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 8 dec. 2013 66. árið Kirkjuligt Missiónsblað BORGARSKAPUR OKKARA ER Á HIMNUM Borgaraskapur okkara er á himnum. Fil. 3, 20. Trýrt tú á Jesus, ert tú borgari í Guðs ríki. Tað er so lætt at gloyma tað.

Læs mere

Tøl um royking í Føroyum

Tøl um royking í Føroyum Tøl um royking í Føroyum Speki 2008 Pál Weihe yvirlækni Sjúkrahúsverk Føroya Sigmundargøta 5, Postsmoga 14, FO-110 Tórshavn Tlf.: +298 31 66 96, Fax: +298 31 97 08, Heimasíða: www.health.fo, T-postur:

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 6 sep. 2009 62. árið Kirkjuligt Missiónsblað DÁRSKAPUR OG VISDÓMUR 1. Kor. 1: v18 Tí at væl er orð krossins dárskapur fyri teimum, sum glatast, men fyri okkum, sum verða frelstir, er tað Guðs kraft.

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 2 mar. 2014 67. árið Kirkjuligt Missiónsblað 1. PÆTURS BRÆV 1,17-23 Tað er verulig styrki í guds orði. Tað eru ikki bara tómir bókstavir á einum pappíri. Tað er livandi og skal vara í ævir og tað hevur

Læs mere

Skipari kláraði tað, sum læknar ikki kundu! Læknarnar vildi taka beinið av Palla, men hann noktaði.

Skipari kláraði tað, sum læknar ikki kundu! Læknarnar vildi taka beinið av Palla, men hann noktaði. Nr. 357 Hósdagur 22. desember 2005 12,- FF-blaðið og Føroya Fiskimannafelag ynskja øllum okkara sjófólki, lesarum og føroyingum annars ein gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár. Síða 14 Atlantic

Læs mere

Fiskivinnan og ES. FF-blaðið á Holocaustsavni í Washington. Saltsøgan

Fiskivinnan og ES. FF-blaðið á Holocaustsavni í Washington. Saltsøgan Síða 17 Nr. 328 Hósdagur 21. oktober 2004 12,- Martha Matras 95 ár Síða 3 FF-blaðið á Holocaustsavni í Washington Danskur fiskifrøðingur: Latið okkum royna Jón! Tað verður so ikki verri Frásøgnin hjá Menakhem

Læs mere

Við Sólarris í Grønlandi í Realurin 50 ár. Skiparar í Føroyskir fiskimenn í Hirtshals

Við Sólarris í Grønlandi í Realurin 50 ár. Skiparar í Føroyskir fiskimenn í Hirtshals Nr. 346 Hósdagur 14. juli 2005 12,- Baksíðan 10. báturin hjá Kiwanis Báturin er hesa ferð smíðaður av Joen Petur Clementsen av Sandi. Vit lýsa málið um fiskidagarnar. M.a. við framløgu hjá Kjartan Hoydal

Læs mere

Frá elstu døgum H A V N A R K L U B B A

Frá elstu døgum H A V N A R K L U B B A Frá elstu døgum H A V N A R K L U B B A Árið 1974 er eitt merkisár í søgu Havnar Klubba: Klubbin hevur 175 ár á baki, stovnaður sum hann var í oktober 1799. Sjálvur stovningardagurin er eftir sum menn

Læs mere

90 ár síðani skaðagrindina. í Sandvík

90 ár síðani skaðagrindina. í Sandvík Síða 11 Nr. 335 Hósdagur 3. februar 2005 12,- Ran farin fyrsta túrin Enn eru knotur í føroyingum 90 ár síðani skaðagrindina í Sandvík 13. februar eru liðin 90 ár síðani ringastu skaðagrind í søguni. Vit

Læs mere

ICES viðurkennir. Bjargingarroynd í Vágsbotni. Fiskaren vitjar FF. Bernhard 5. partur. Løgtingsins umboðsmaður setir kærarar í gapistokk.

ICES viðurkennir. Bjargingarroynd í Vágsbotni. Fiskaren vitjar FF. Bernhard 5. partur. Løgtingsins umboðsmaður setir kærarar í gapistokk. Síða 8 ICES viðurkennir Nr. 340 Hósdagur 14. apríl 2005 12,- óvissu í ráðgeving Tættari samband við Rusland Síða 17 Ferð til Murmansk Bjargingarroynd í Vágsbotni Baksíðan Umboðsmaðurin Løgtingsins umboðsmaður

Læs mere

Námsferð 25. mai 5. juni 2017

Námsferð 25. mai 5. juni 2017 Námsferð 25. mai 5. juni 2017 7.a og b - Sankta Frans skúli Foreldrakunning 10. mai 2017 ...líka... Tá ið vit eru liðug í kvøld stápla stólarnar saman Hettutroyggjur við prent Myndatøka juni floksmynd

Læs mere

Trupulleikar og møguleikar við upsanum. Upsaátakið vísti, at møguleikar eru fyri upsanum, men teir koma neyvan av sær sjálvum.

Trupulleikar og møguleikar við upsanum. Upsaátakið vísti, at møguleikar eru fyri upsanum, men teir koma neyvan av sær sjálvum. Nr. 334 Hósdagur 20. januar 2005 12,- Síða 18 FF bjargaði føroyskum sjálvsavgerðarrætti Vitjanin hjá donsku fíggjarnevndini váttaði, at tað var FF, sum í summar bjargaði Føroyum undan danska uppílegging

Læs mere

Føroyskur saltfiskur væl umtóktur

Føroyskur saltfiskur væl umtóktur Nr. 294 Hósdagur 29. mai 2003 10,- Landsstýrið hevur sjálvt gjørt fakfeløg til mótpartar Síða 24 Søgan hjá Onnu Evensen Anna Evensen var dóttir tann fyrsta Lützen í Føroyum og mamma A. C. Evensen, sum

Læs mere

Kanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum

Kanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum Kanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum LØGTINGIÐ 19 nevndin Kanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum 19 nevndin: Joen Magnus Rasmussen, formaður Kristina Háfoss, næstforkvinna Helgi Abrahamsen

Læs mere

Nýggj stjórnarskipan má fyrst og fremst verja borgaran

Nýggj stjórnarskipan má fyrst og fremst verja borgaran Nr. 360 Hósdagur 9. februar 2006 15,- Baksíðan Føroyingurin Jón fingið heiðursbræv í Kanada Føroyingar seta okkara land á heimskortið. Ein av hesum er Jón. Vit hava frásøgn frá livrafundinum í seinastu

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 7 nov. 2009 62. árið Kirkjuligt Missiónsblað VIT BOÐA KRIST KROSSFESTAN 1. Kor. 1,19-25: Tí at skrivað stendur:»eg vil týna vísdóm vísmanna, og vitsku vitra manna vil eg gera til einkis.«hvar er vísmaður?

Læs mere

Jarðarferðin hjá Morning Star

Jarðarferðin hjá Morning Star Nr. 313 Hósdagur 11. mars 2004 12,- Síða 8 & 14 Nýggjur sáttmáli hjá Fiskimannafelagnum: Hvíldartíðin skal haldast Malmberg: Var á veg til botns á fleiri hundrað favna dýpi Síða 9 Áheitan á ALS: Avgreiðið

Læs mere

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál DANSK 1-2-3 Danskt sum 1., 2. og 3. mál Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess Hvat halda føroyskir lærarar um danskt og undirvísing í donskum / Hvad synes færøske lærere om dansk og danskundervisningen?

Læs mere

TÁ IÐ TIT... Kirkjuligt Missiónsblað. Nr juni árið

TÁ IÐ TIT... Kirkjuligt Missiónsblað. Nr juni árið Nr. 4 15. juni 2007 60. árið Kirkjuligt Missiónsblað TÁ IÐ TIT... Í byrjanini av januar mánaði í ár viðger, Bibelnøglen ein part av Matteusar evangelium. Bibelnøglen er ein bíbliulesiætlan, givin út av

Læs mere

Íslendingasøgur. Um íslendingasøgur. Bólkar

Íslendingasøgur. Um íslendingasøgur. Bólkar Íslendingasøgur Um íslendingasøgur Íslendingasøgur eru partur av íslendska fornskaldskapinum. Granskarar meta, at um aldarskiftið 1200 var farið undir at skriva tað, sum vit í dag nevna íslendingasøgur.

Læs mere

Kreppa í norska fiskiídnaðinum. Gretha á Malta verður 70 ár. Føroyskar skipasmiðjur eru kappingarførar. Íslendskt reiðarí:

Kreppa í norska fiskiídnaðinum. Gretha á Malta verður 70 ár. Føroyskar skipasmiðjur eru kappingarførar. Íslendskt reiðarí: Síða 9 Nr. 278 Hósdagur 10. oktober 2002 10,- Gretha á Malta verður 70 ár Síða 16 Sat í fongsli fyri fakfelagsvirksemi Vit hava hitt samstarvsfelaga hjá Lech Walesa, sum á egnum kroppi hevur følt, hvat

Læs mere

Fakturablanketten virk.dk. 1 At senda elektroniskar rokningar við fakturablanketten

Fakturablanketten virk.dk. 1 At senda elektroniskar rokningar við fakturablanketten Fakturablanketten virk.dk At senda fakturar til kunda via teldupost, har fakturin er viðheftur sum t.d. pdf-skjal, er ikki at rokna sum elektronisk fakturering (talgild fakturering) í hesum sambandi. Talgild

Læs mere

Grindadráp í Tjukotka í Siberia

Grindadráp í Tjukotka í Siberia Nr. 315 Hósdagur 8. apríl 2004 12,- Síða 11 Pavel í Moskva Vit hava hitt Pavel, sum nýtir allar sínar kreftir at hjálpa illa støddum børnum. Síða 7 Vit hava myndafrásøgn frá hvalaveiði í Tjukotka. Grindadráp

Læs mere

Vísindavøka 29. september Um uppkalling eftir navnfromum monnum og kvinnum. Anfinnur Johansen. Føroyamálsdeildin Fróðskaparsetur Føroya

Vísindavøka 29. september Um uppkalling eftir navnfromum monnum og kvinnum. Anfinnur Johansen. Føroyamálsdeildin Fróðskaparsetur Føroya Vísindavøka 29. september 2017 Um uppkalling eftir navnfromum monnum og kvinnum Anfinnur Johansen Føroyamálsdeildin Uppkallingarsiðurin at kalla kong og drotning upp Er tað kongur, sum verður uppkallaður,

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 3 mai. 2009 62. árið Kirkjuligt Missiónsblað BRYNJA RÆTTLÆTISINS Verið klæddir í brynju rættlætisins Í Ef. 6,14 lesa vit um brynju rættlætisins. Hesi bæði smáu orðini hava nógv at siga okkum. Bæði

Læs mere

Nýggj skip. 70 ár síðan Nólsoy gekk burtur Søgan um ringin sum kom aftur. Svenskari vitjað í Føroyum í 56 ár

Nýggj skip. 70 ár síðan Nólsoy gekk burtur Søgan um ringin sum kom aftur. Svenskari vitjað í Føroyum í 56 ár Síða 21 Svenskari vitjað í Føroyum í 56 ár Nr. 325 Hósdagur 2. september 2004 12,- Tann sum ikki hevur verið í Fugloy hevur ikki verið í Føroyum! Á ferð í Fugloy Síða 11 70 ár síðan Nólsoy gekk burtur

Læs mere

Strongdkanning av limum hjá Starvsmannafelagnum. Gjørd av Fegin Ábyrgdari: Niclas Heri Jákupsson

Strongdkanning av limum hjá Starvsmannafelagnum. Gjørd av Fegin Ábyrgdari: Niclas Heri Jákupsson Strongdkanning av limum hjá Starvsmannafelagnum Gjørd av Fegin Ábyrgdari: Niclas Heri Jákupsson Svarað: 711 Kyn Aldur Hjúnarbandsstøða Hvussu leingi hevur tú starvast á núverandi arbeiðsplássi? 45% 42%

Læs mere

Heilsan hjá langfarafiskimonnum

Heilsan hjá langfarafiskimonnum Nr. 307 Hósdagur 11. desember 2003 10,- Síða 3 Søgan um John Dam John Dam var ein megnarmaður. Vit ummæla bókina og hava frásøgn frá móttøkuni, tá bókin varð handað. Bátasøgan á Eiði Vit hava fyrsta av

Læs mere

Nr. 321 Hósdagur 8. juli ,- Síða 17 Baksíðan Síða 9 Síða 3 Síða 14

Nr. 321 Hósdagur 8. juli ,- Síða 17 Baksíðan Síða 9 Síða 3 Síða 14 Nr. 321 Hósdagur 8. juli 2004 12,- Karl verið í sama reiðarí í 25 ár Góð reiðarí fáa fiskimenn at støðast. Karl hevur verið í sama reiðarí í 25 ár. Síða 17 Lorraine við skriviborðið hjá Anettu, har hon

Læs mere