Kirkjuligt Missiónsblað



Relaterede dokumenter
Kirkjuligt Missiónsblað

Ein livandi Kristus til ein doyggjandi heim

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál. Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Sigurd fekk medalju fyri sigling í krígstíð í Íslandi

Kirkjuligt Missiónsblað

Jesus biður fyri okkum Joh. 17, 20-26

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

- Webundersøgelse, Fólkaskúlaráðið, oktober Fólkaskúlaráðið. Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på

Kirkjuligt Missiónsblað

Enok maðurin, sum gekk við Gudi

Kirkjuligt Missiónsblað

Kvinnan við Sikarsbrunn Partur II Joh. 4, 1-43

Nr. 1 Februar árið

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Søgan um "Vesturhavið Blíða"

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Út á Fagranes, har 7 fiskimenn mistu lívið í 1927


Kirkjuligt Missiónsblað

Hvussu kunnu vit liva sum trúgvandi í dag?

Fólkaheilsukanning Hvussu hevur tú tað 2015

Ríki maður og Lázarus Luk. 16,

Minni um teir, sum sigldu og teir, sum doyðu undir krígnum Ferðin hjá "Johannu" eitt rimmar tiltak.

Men størstur av teimum er kærleikin

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál

Sagsøgeren har påstået sagsøgte dømt til at betale kr. med procesrente fra den 26. juni 2003, subsidiært procesrente fra den 22. april 2008.

Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar

Nr mai árg. Lívsins orð

TÁ IÐ TIT... Kirkjuligt Missiónsblað. Nr juni árið

forbindelse med både ansættelse, ændring i ansættelsesforhold og ved afslutning af ansættelsen.

Kirkjuligt Missiónsblað

HEVUR JESUS NAKRAN TÝDNING

Kirkjuligt Missiónsblað

Kvinnurnar við grøvina

Marius smíðar bát í Íslandi. ALS 10 ár. Stór frásøgn frá hátíðarhaldinum. Bjarni Djurholm má steðgast og fiskimonnum má vera tryggjað rættindi.

Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging

Svenskur elitusvimjivenjari

Kirkjuligt Missiónsblað

Børn og doyving Kunning til foreldur

Kirkjuligt Missiónsblað

Brúdleypið hjá kongssoninum. Matt. 22, 1-14.

Námsferð 25. mai 5. juni 2017

Frágreiðing frá Skipaeftirlitinum um arbeiðsvanlukku umborð á Túgvusteini hin

Mest støðuga fiskavirkið er í Vági

Klagan til TV2. Hvat kann gerast. Upplivdi illveðrið í 1932, ið beindi fyri formanni í FF. Livravirkið á Eiði. Frásøgn hjá Andrew Godtfred:

Hvat hendi við russarunum?

Kirkjuligt Missiónsblað

Aftaná eitt misálit Tað hjálpir einki bert at seta nýggjan landsstýrismann. Tað, sum ræður um, er ein fullkomilig umskipan av fiskimálaráðnum.

Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin. Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014

Skiparin sum virkaði sum tannlækni

"Okkara maður" í Sandoynni fyllir runt. Sigmund verður 75. Vit dokumentera, at sjónvarpstíðindini vóru fupp. Úr Syðrugøtu til Aberdeen

Til minnis um Elsa Jacobsen, kristniboðara

FF-blaðið í Frankaríki Vit vóru bæði á fiskivinnuvitjan og til fótbólt. Drúgv og øðrvísi frásøgn

Lívsins salt. Vit hava verið í Ibiza og hugt eftir saltframleiðslu. Neptun og Nólsoy

Nýggj stjórnarskipan má fyrst og fremst verja borgaran

HAVNAR KLUBBI oktober Endurgerð av minnisriti Havnar Klubba, tá hann fylti 160 ár.

Føddur undir Hitler, vaksin upp undir Stalin

ATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN H71 - NEISTIN. Sunnudagin 28. september kl Hoyvíkshøllin

Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland

Nr. 321 Hósdagur 8. juli ,- Síða 17 Baksíðan Síða 9 Síða 3 Síða 14

Tine Færch Jørgensen. Til Trafik- og Byggestyrelsen

samstarva At veita eina um skjóta hettar og tilboðið: goða viðgerð til kvinnur við burðartunglyndi.

Dreymurin um at sleppa við júst

Nýggj skip. 70 ár síðan Nólsoy gekk burtur Søgan um ringin sum kom aftur. Svenskari vitjað í Føroyum í 56 ár

Nám. Í læraravegleiðingini er eisini eyka tilfar, sum nýtast kann, um tíð er til tess og uppgávur eru á

Bakstøði Ynski var: - At lýsa teir møguleikar og tær treytir eldri fólk í Føroyum hava fyri einum góðum lívi í eldri árum - At lýsa hvørji átøk kunnu

EFTIR TÍNUM ORÐI! Kirkjuligt Missiónsblað. Nr februar árið. Jákup Olsen skrivar. Fiskiveiða Pæturs, Luk

Skipari kláraði tað, sum læknar ikki kundu! Læknarnar vildi taka beinið av Palla, men hann noktaði.

Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding av elinnleggjarum

ICES viðurkennir. Bjargingarroynd í Vágsbotni. Fiskaren vitjar FF. Bernhard 5. partur. Løgtingsins umboðsmaður setir kærarar í gapistokk.

Orðið eigur í føroyskari felagsverklóg 1

Ársins studentur. Áhugaverd frásøgn frá meslingagrindini, sum var í Gøtu í Vit hava myndir frá grindini, sum ikki fyrr hava verið alment kendar.

Sólskinssøga á heilsuøkinum

Strongdkanning av limum hjá Starvsmannafelagnum. Gjørd av Fegin Ábyrgdari: Niclas Heri Jákupsson

Heilsan hjá langfarafiskimonnum

Givið út 30. mai 2017

Fiskimaðurin Andrias í Tarti. Vit ynskja honum tillukku og hava 5. part av hansara lívssøgu. M.a. eru vit í barsil hjá Georg L. Samuelsen í 1911.

Verkið liðugt hjá Líggjasi

Smiðjan á Skipanesi Brot úr okkara smiðjusøgu. Okkara maður í Nambia. Er prískappingin í vanda? Børn á Sanatoriinum

Vegleiðing at dagføra GPS-kort. Tillukku við tínum keypi av GPS-korti. Kortið fevnir um Føroyar.

Grindadráp í Tjukotka í Siberia

Jarðarferðin hjá Morning Star

Gamlar myndir úr Norðuroyggjum

Løgmaður um fiskivinnuna

Føroyskur saltfiskur væl umtóktur

Tøl um royking í Føroyum

Ferðamannaskip í 1844

Transkript:

Nr. 3 mai. 2010 63. árið Kirkjuligt Missiónsblað KALLIÐ Legg tú á Harran tínar leiðir, og lít tú á hann, hann man tað útinna. Sálm. 37,5. Kallið, til at arbeiða í Guds ríki, er Guds gáva til hvørt einstakt menniskja, sum hevur tikið ímóti honum sum sínum frelsara. Men tænastan er ymisk. Hann, sum ræður øllum, veit, hvar hann vil brúka okkum til at fullføra sín gerning her á jørð. Til mín kom kallið sum ein sólarrenning, tá tað byrjaði at lýsa fyri degi og fram til alljósan dag. Frá tí eg var heilt lítil, kendi eg ofta á mær, at tað var okkurt sum dró, men eg visti ikki, hvat tað var. Tað var sum ein hond helt í meg, fylgdi mær og dró meg eina ávísa leið. Eg minnist ein dagin í skúlanum, eg var lítil smágenta tá, tá rann tað knappliga upp fyri mær, at tað hevði nakað við missión at gera. Eg segði við meg sjálva: Skal eg fáa loyvi at verða trúboðari, Jesus? Hetta var so heilt ótrúligt. Eg gjørdi av ikki at siga tað fyri nøkrum. Tá ið eg bleiv eldri, varð tað klárt fyri mær, at tað var Gud sum talaði við meg. Á Kvås fólkaháskúla hoyrdi eg Ingeborg Håkonsen, sum hevði verið trúboðari í Kina, siga frá um ein eldri mann, sum fyri fyrstu ferð hevði verið á einum møti. Tá ið hon og ein kvinna vóru á veg heim, kom hann rennandi aftan á teimum og rópti: Hvussu var tað, hann æt, hann sum kundi frelsa? Sum ung hevði hetta stóra ávirkan á meg. Tonk, hann hevði ongantíð hoyrt navnið Jesus nevnt! Sum frá leið gekk tað upp fyri mær, hvat hetta veruliga bar í sær. Eg stríddist við kallið. Meira enn einaferð royndi eg at skúgva tað frá mær. At vera trúboðari var øðrvísi enn tað lívið, sum

eg kendi heimanífrá. Eg mátti fara frá foreldrum og systkjunum og øllum tí, sum eg var góð við; bygdini eg vaks upp í, teimum ungu, sangkórinum og missiónshúsinum, leiðarunum, sum høvdu slíka umsorgan fyri okkum, tí hvítmálaðu kirkjuni og landi mínum við fjøllum, fjarðum, skógi og ong. Øllum hesum mátti eg fara frá. Nei, hetta kláraði eg ikki! Í dag takki eg Gudi og undrist yvir, at hann hevði tol við mær og ikki koyrdi meg frá sær. Hvørja ferð eg hugsaði: Hetta verður av ongum, so sendi Gud onkran at vekja meg upp. Tá annar veraldarbardagi byrjaði, var eg køkshjálp á Kvås fólkaháskúla. Tá ið skúlaárið var liðugt, og tey flestu vóru farin heim, vóru vit átta gentur eftir. Vit vóru allar smittaðar av tuberklum. Tá í tíðini var tað ein hættislig sjúka. Á ein hátt kendi eg hetta sum ein lætta. Nú vóru allar hurðar læstar fyri mær, uttan at eg hevði gjørt nakað fyri tað sjálv. Ein dagin segði ein lærari við meg: Hevur tú ikki missiónskall, Olga? Hvussu visti hann tað? Hann fekk onki svar. Men eg fekk greitt handan spurningin, tá eg møtti Gudi, sum hevði kallað meg. Nú var tað avgjørt. Tað var gott at finna frið og hvíla í hansara lyftum. Legg tú á Harran tínar leiðir, og lít tú á hann, hann man tað útinna. Tá eg seinni í mínum trúboðaravirki kom í iva um kallið veruliga var frá Gudi ella um tað var nakað eg sjálv hevði funnið uppá, tá kundi eg venda mær til hansara og siga: Tað er tú sum hevur ført meg higar Gud og staðfest kallið. Alt hevur tú gjørt væl. Olga Handeland Lea Juul týddi ANDAKT Jesus vil hjálpa tær Heit so á meg á neyðar degi, eg skal bjarga tær, og tú skalt lova mær!. Sálm. 50,15 Tann Gud, sum hevur alt vald í himli og á jørð, sigur hesi orð við teg í dag, og kanska er tað júst í dag, at tú hevur tørv á at fáa at vita hetta. Nú minni eg teg á, at tú hevur ein at fara til við tíni neyð, uttan mun til, hvør ið neyðin er. Kanska ert tú einslig, ella tú ert sjúk. Kann vera, at børn tíni ella hjúnafelagin hava trupulleikar, ella at tíni fíggjarviðurskifti eru vánalig, ella stríðist tú við tína gudstrúgv? Einki er ov lítið ella ov stórt at fara til Jesus við; men tað er ikki altíð, at loysnin á tínum trupulleikum kemur beinanvegin. Kortini byrjar okkurt at henda, tá ið vit stíga fram fyri Gud í Jesu navni og biðja um hjálp og vísdóm at loysa okkara trupulleikar. Tað ber á, at Hann sendir hjálpina, sum okkum tørvar, gjøgnum onnur menniskju, ella at Hann brúkar neyðina til besta fyri okkum. Kanska brúkar Hann okkara neyðstøðu at minna okkum á bønarinnar megi. Ofta verður sagt, at neyðartíðir eru Guds tíðir, og Bíblian sigur okkum, at tann, sum biður, hann skal fáa. Eg kenni eina mammu, sum hevði biðið í 40 ár, at sonurin mátti blíva frelstur, og ein dag kom bønarsvarið. Tað var vorðið ein vani hjá henni at biðja fyri honum, og á øllum møtum, sum hon var á, bað hon um forbøn fyri soni sínum. Henda mamman var, sum frá leið, vorðin gomul, og minnið var farið at bila. Drongurin var blivin vaksin maður; men Gud svaraði kortini upp á bønina! Kalla á Hann í dag og legg alla neyð tína fram fyri Hann, sum hevur umsorgan fyri tær. Onkur hevur sagt, at kallinummarið ella neyðnummarið upp til Guds er Sálmur 50,15, fyri at vit betur skulu minnast tað. Altso Harrin bjóðar tær og sigur: Kalla á Meg, tann dag tú ert í neyð - Eg skal hjálpa tær, og tú skalt prísa Mær. Effie Campbell umsetti. 2 Nr. 3 mai. 2010 63. árið

Brúðurin Latum okkum gleðast og fegnast og geva honum æruna, tí at komið er at brúdleypi lambsins, og brúður hansara hevur búgvið seg til! Opb. 19,7. Kom higar, eg skal vísa tær brúðrina, vív lambsins. Opb. 21,9. Í 24. kap. í 1. Mósebók lesa vit um Ábraham, sum sendi tænara sín út at fáa soninum eina brúður. Soleiðis er tað eisini við Faðirinum á Himli, hann hevur sent sín tænara, Heilaga Andan, út at fáa soni sínum, Jesusi, eina brúður. Jesu brúður er øll tey, sum taka við trúgv á hann. Vit skulu hyggja eitt sindur eftir, hvussu tann rætta brúðarsálin sær út: Tænarin finnur Rebekku við kelduna, við brunnin (v. 13). Soleiðis er eisini við Jesu brúður. Hon drekkur ikki úr heimsins rivnu brunnum, men úr tí kláru kelduni, sum er Guds orð. Hon heldur seg til kelduna. Síðani stendur tað um Rebekku, at hon var moyggj og enn ikki nortin av nøkrum manni. (v. 16) Jesu brúður má eisini vera moyggj, hon má vera rein og bara halda seg til ein mann: Eg havi trúlovað tykkum við einum manni, fyri at eg kundi leiða eina reina moyggj fram fyri Krist. 2. 3 Kor. 11,2. Vit mugu sýna trúskap ímóti Kristusi og ikki standa við einum beini úti í verðini og einum í Guds ríki. Brúðurin gjørdi meir, enn hon varð biðin um. Hon gav øllum 10 kamelunum hjá tænaranum vatn og læt tær drekka seg ótystar, og tað var eitt ordans arbeiði. Hon hevði bara eina krukku, sum hon fylti uppí, og so fór hon niður í brunnin og rann aftur og fram og dragsaði alt vatnið til teirra. Soleiðis er tað eisini við brúðarsálini, hon er ikki snúin og setir seg ikki at rokna út, hvat ið man løna seg. Hon oysir út vatn, Guds orð, til tystandi sálir, sum hon hittir á leiðini.

Og tá ið Rebekka tænti, fekk hon gávur, tjúkkar gullringar, ein nasaring og tveir armringar, ið vigaðu tíggju siklar. Harrin gevur eisini okkum andaligar gávur, og tær vaksa, tá ið vit brúka tær. Gev úr tínari krukku. Kanska má Harrin bróta krukkuna eitt lítið sindur, fyri at innihaldið kann sleppa út. Rebekka sigur, hvør ið hon er (v. 24). Ein røtt brúðarsál veit eisini, hvør ið hon er í Kristi, hon kennir sín identitet. Tænarin spyr, um tað er rúm, so tey kunnu gista har (v. 23), og hon svarar: Vit hava bæði hálm og fóður og rúm fyri gestir. (v. 25) Ríkiligt av rúmi. Laban, beiggi Rebekku, fer út at bjóða tænaranum inn: Kom, tú vælsignaður av Harranum! Hví skalt tú standa her úti? Eg havi búgvið húsið til og gjørt rúm fyri kamelum tínum. (v. 31) Ein brúðarsál vinnur onnur fyri Kristus, hon bjóðar øðrum at koma við inn á himmalvegin, hon bjóðar teimum at koma við til brúdleyps í himli, har tað er so undurfult, at tey sjálv skulu vera brúðurin. Rebekka sleppur sjálv at svara, um hon vil vera kona Ísak, og tað var heilt óvanligt í eysturlondum, har foreldrini skipaðu fyri, hvørjum gentan skuldi giftast við. Í tí andaliga eru heldur eingi tvingsilshjúnaløg. Vrakar tú Jesus, sleppur tú undan at verða brúður hansara og at sleppa í himmalin. Tað stendur til tín. Tænarin tók Rebekku við sær (v. 61). Heilagi Andin leiðir okkum, ikki øvugt. Tá ið tey nærkast, spyr Rebekka tænaran, hvør ið tað er, sum kemur ímóti teimum. Hon hevur ongantíð sæð mannin, hon skal giftast við, og á leiðini higar hevur hon óivað tráspurt tænaran, hvussu Ísakur sá út, og hvussu hann var, og nú tá ið hon sær hann, er hann helst nógv vakrari og tekkiligari, enn hon hevði ímyndað sær. Tað sama er galdandi fyri okkara brúðgóm, Jesus. Vit hava ongantíð sæð hann; men hann verður nógv yndisligari, enn vit dugdu at hugsa. Tá tók hon slørið og huldi seg, (v. 65) stendur tað um hana, eftir at hon hevur fingið at vita, at hetta er brúðgómurin. Slørið merkir, at hon er upptikin, eingin fríggjari hevur nakran møguleika longur. Kristi brúður hevur eisini slørið, verðin hugtekur okkum ikki longur. Tað má ikki vera soleiðis, at sagt verður um okkum: Men tað havi eg ímóti tær, at tú hevur givið upp tín fyrra kærleika. (Opb. 2,4) Maria livdi í brúðarkærleikanum, hon salvaði Jesus við nardussmyrsli. (Jóh. 12,3) Effie Campbell umsetti. Gloym ikki summarstevnuna, sum verður í missiónshúsinum við landavegin 1. - 4. juli 2010. Høvuðstalari verður Hans Erik Nissen úr Danmark. 4 Nr. 3 mai. 2010 63. árið

Anna Larssen Ein megnarkvinna Anna Larssen var fødd í Stavanger í Noregi í 1842. Hon fór yvir til Amerika, og har varð navnið Larssen broytt til Lawson. Anna gekk í einum sunnudagsskúla í Chicago. Horatio var lærari í hennara flokki, og hann gjørdist beinanvegin hugtikin og drigin at tí vøkru og klóku Onnu. Men tá ið Horatio skilti, at Anna var 14 ár yngri enn hann, og at hon veruliga bara var 15 ár, skipaði hann fyri, at hon fekk undirvísing í trý ár á einum kostskúla nær Chicago, áðrenn hugskotið um giftarmál kundi koma upp á tal. Parið giftist í 1861. Horatio Spafford var ein múgvandi løgfrøðingur og ein gudsóttandi maður. Hann var elsti í teirri presbyteriansku kirkjuni. Hjúnini livdu lukkuliga saman í teirra hugnaliga heimi. Tey fingu fýra døtur, Annie, Maggie, Bessie og Tanetta. Í 1871 herjaði ein ræðuligur eldur Chicago og legði mest sum allan býin í øsku. Tvey ár seinni gjørdi familjan av at fara at ferðast til nøkur vinfólk í Evropa. Í evstu løtu varð Horatio tarnaður av handilsávum, og Anna og genturnar fóru tí undan. Tær sigldu við stásiliga ferðamannaskipinum S.S. Ville de Havre. Tann 21. nov. 1873 rendi bretska skipið Lochearn á tey, og tey sukku eftir 12 minuttum. Anna varð bjargað. Teir á Lochearn tóku hana upp. Hon var uttan vit og fleyt á einum bjálka; men tey fýra børnini druknaðu. Ein prestur, Weiss at navni, greiddi frá, at hann mintist, at Anna segði Gud gav mær fýra døtur. Nú eru tær tiknar frá mær. Ein dag skal eg skilja hví. Níggju dagar seinni kom Anna til Cardiff í Wales, har hon sendi eitt fjarrit til Horatio: Saved alone. What shall I do...? (Einsamøll bjargað. Hvar skal eg gera?) Eftir at Horatio hevði fingið fjarritið frá Onnu, fór hann beinanvegin úr Chicago at fáa konu sína heim. Tá ið tey sigldu tvørtur um Atlantshavið, bað skiparin Horatio koma til sína kahútt. Har segði hann honum, at tey júst nú sigldu yvir tað staðið, har tær fýra døtur hansara fórust. Horatio skrivaði tá, meðan hann sigldi yvir hesa vátu grøv, sálmin It is well with my soul, sum enn verður sungin dagin í dag. V. Danielsen týddi hann, og á føroyskum ljóðar hann so: Nýggir haldarar Eg ynski at halda Kirkjuligt Missiónsblað. Navn: Bústaður: Postnr. og bygd/býur: Undirskrift: At senda til: Kirkjuligt Missiónsblað, Undir Klakki 39, FO-700 Klaksvík 5

Um friður sum flóðin skal fylla meg her, um stormur meg treingir og stríð, hvør enn er mín lutur, eitt veit eg tó vist, at mín sál, hon er frí, hon er frí. Hon er frí, hon er frí, ja, mín sál, hon er frí, hon er frí! Um satan meg treingir, um freisting er hørð, tann vissa er sálini í, at Jesus, hann veit tað, hans hjálp er mær nær, at mín sál hon er frí, hon er frí! Mín synd - á, hvør sæl henda vissa tó er! Mín synd er til æviga tíð útstrikað, tí negld hon til krossin jú varð, og mín sál, hon er frí, hon er frí. Hjá mær er tað Kristus at liva, og skal eg stríða hitt seinasta stríð, so er sjálvur deyðin ein vinningur mær, tí mín sál, hon er frí, hon er frí. Men, Frelsari, grøvin er tó ei mín vón, men koma tín skýggjunum í! Við gleði eg nú síggi fram til ta stund, tí mín sál, hon er frí, hon er frí. Fleiri ár seinni fóru hjúnini til Jerusalem. Har tók Anna 50 foreldraleys jødabørn og 50 foreldraleys arábarabørn til sín og ættleiddi tey. Hon var av sonnum ein megnarkvinna. Effie Campbell umsetti. 6 Nr. 3 mai. 2010 63. árið

Marknaðardagur í Emmaus 20. mars var marknaðardagur í Emmaus í Klaksvík. Endamálið við marknaðardegnum var at savna inn pening, so at nýggja Emmaus kann gerast liðugt. Nógv ymiskt var á skránni hendan dagin. Millum annað var møguleiki fyri at keypa lutaseðlar til tombula, eydnuhjól og páskakurvar. Eisini var stór gása-kapping á skránni, har ein gás var sett á eitt lítil øki, sum var deilt upp í smá økir. Til bar so at keypa hesi økir og um gásin skvetti á økið, sum ein hevði keypt, so var fyrsti vinningur ein gás, annar vinningur var flak, triði tjógv, fjórði sodavatn. Eisini bar til at keypa kjálkar, góðgæti, kaffi og annað gott, so ongin noyddist at fara heim við ongum. Til samans komu yvir 90.000 kr inn hendan dagin og tað er væl meir enn síðsta ár. Takk fyri stuðulin og fyri ein góðan dag. 7

Kúhegri og missión Í 1941 vilstist ein flokkur av kúhegrum úr Afrika til Suðuramerika helst orsaka av ódnarveðri. Teir tóku at nørast í Suðuramerika, og stovnurin vaks so smátt. Nú eigur kúhegri bæði í Norður- og Suðuramerika, og teir trívast væl. Í okt. 2008 var ein kúhegri at síggja á Viðareiði. Hann helt til hjá seyðinum, tí hann ikki fann nakra kúgv tær ganga allar inni. Hesin kúhegrin kann vera komin úr Norðuramerika, tí hann kom higar stutt eftir nógvan vind av vestri. So kanska er tað orsaka av einum vilstum flokki av kúhegrum í 1941, at hesin endaði í Føroyum? Um eg var kúhegri og bleiv tikin av vindinum úr Afrika til Amerika, so hevði eg hildið, at tað var ikki so gott. Men hetta gjørdist ein møguleiki hjá stovninum at festa búgv í einum nýggjum heimsparti og sostatt tryggja, at stovnurin yvirlivir og mennist. Á sama hátt mugu vit síggja missión. Uppgávurnar kunnu síggja ógjørligar út. Gud kann kalla okkum til at fara út við gleðiboðskapinum til støð og lond, sum vit ongantíð sjálv høvdu funnið uppá at farið til. Men Jesus hevur kallað okkum at fara til heimsins enda við evangeliinum. Líka sum kúhegrin hevur spjatt seg víða um, so eigi vit at spjaða Guds orð orðið um, at Jesus hevur tikið okkara synd á seg út um allan heimin. Hóast uppgávan kann tykjast ógjørlig, so lovar Jesus sjálvur at vera hjá okkum :»Mær er fingið alt valdið í himli og á jørð. Farið tí og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar, við tað at tit doypa tey til navns faðirsins og sonarins og hins heilaga anda, og við tað at tit læra tey at halda alt tað, ið eg havi boðið tykkum. Og sí, eg eri við tykkum allar dagar alt til veraldar enda. Matt. 28,18.20 Silas K.K. Olofson 8 Nr. 3 mai. 2010 63. árið

Nærkontaktbrev nr. 22 d. 12/3-2010 Anne-Lene og Peter Olofson skriva Må jeg lige låne For et halvt års siden døde vores computer, fordi den var tændt under et tordenvejr. Så vi lærte at slukke den nye computer, når uvejret var over os. Men forleden sagde det bum og så var også den ny computer smadret af et lyn, uden at der var kommet nogen advarende tordenlyde først. Så da e-mail adresserne til nærkontaktbrevet var på computeren, er dette en del forsinket. Computeren, som dette skrives på, er altså ny igen igen. At vi er i stand til at få fat i den ene computer efter den anden vidner om, hvor forskellig menneskers tilværelse kan være i materiel forstand. Skal en missionær have en computer og en printer? Følgen er i hvert fald, at forstanderen og enkelte andre kollegaer, der har en computer, forsigtigt spørger en gang imellem: Jeg kan vel ikke få en enkelt udskrift Skal missionæren sige nej, sende dem de to-tre kilometer ind til byen, og lade dem betale de 700 shilling en udskrift koster dér Og da vi har en Landcruiser til rådighed kunne forstanderen i formiddags stå uden for døren og spørge, om jeg ikke lige Et sår bliver behandlet kunne køre en syg? Ingen andre har bil på området, og hvem siger så: Nej, sæt den syge op på en cykel og træk ham de fem kilometer hjem. Den slags sker jo en hel del gange hver måned og på alle tider af døgnet. Og så skal der lige lånes en stige, da missionæren er den eneste, der har en sådan; en boremaskine, da seminariets er gået i stykker; vandtønder, bøger, måtter, vaterpas, skruetrækkere, knibtænger, videoer, kassettebånd, hakker, søm, sko, og 117 andre ting. Og så overvejes der: Skal vi vitterlig investere i en slibemaskine? Vores havemand vil meget gerne have én, men vi ved også godt, at så er der lige 46 studerende (der alle har medbragt en le til at slå græs med) og en lang række kollegaer, der gerne lige vil låne den skal skal ikke købe? Jo, den blev købt. Og så kommer lige spørgsmålet om at låne penge alle vil gerne låne større eller mindre beløb, så vi har måttet lave nogle regler, som lånerne må følge, for at det ikke skal løbe løbsk. Anne-Lene skriver: Vi har en lille bogbutik i et værelse i vores hus. Her har vi en del gode 9

bøger på lager, som de studerende gerne ville eje. Men bøgerne koster. Så når der blive spurgt, om man kan få bøgerne på afbetaling, så siger Peter nej, men tilbyder i stedet at de kan betale med f.eks. majs, høns og geder. Vi vil give samme pris som varerne koster på markedet her i Sumbawanga. Hjemme i deres landsbyer får de f.eks. 25.000 sh. for en sæk majs, mens den her i byen lige for tiden koster 40.000 sh. Da de studerende hørte om den mulighed, lyste de op, for det var meget mere overskueligt for dem at komme med naturalier, end at skaffe penge. Så jeg er spændt på, hvor mange sække majs, høns og geder, som vi får i bytte, når de studerende kommer hjem fra påskeferie! De studerende har 33 skematimer om ugen og derefter skal de lave lektier, så der bliver siddet meget på de hårde træstole. Derfor har jeg sammen med de studerende lavet en stofhynde med skumgummi indeni til hver stol i Sanna og Birita på besøg klasseværelserne og biblioteket. Det hjælper da lidt! Men motion er også godt! De elsker at spille fodbold, men da de fleste kun har ét par sandaler og ét par sko, som de ikke vil risikere at ødelægge, så spillede de fodbold med bare fødder. Resultatet var at der efter kampene var mange besøg i min klinik. De fik nemlig nogle grimme sår og forstuvninger, som jeg så badede, rensede og forbandt. Men hvis skaden ikke blev bedre efter nogle dage, så bad jeg Peter køre pågældende til røngten, for at vide om noget var brækket. Dette gentog sig mange gange uge efter uge, så vi blev meget taknemlige, da KMF på Færøerne gav os et pengebeløb, som vi måtte bruge i arbejdet. Vi købte nemlig bl.a. 50 par kinesiske sko fremstillet af lærred og gummi og med en kraftig gummisål med gummidupper, som gør dem velegnet til sport. Disse kan de studerende låne. Det kan godt være at danskeres sportssko er bedre, men de her er meget meget bedre end ingenting og så gav vi kun 20 kr. for hvert par! Kvindegudstjeneste Alt er til låns Jo, det kan være tidskrævende at eje mere end de andre og det kan til tider være lidt af et arbejde med alle dem, der kommer og ringer på - på grund 10 Nr. 3 mai. 2010 63. árið

af bil, hakke, boremaskine, osv., men ville vi hellere undvære disse ting, eller ville vi hellere have, at ingen kom? NEJ slet ikke. Det er ikke for ingen ting, at forskellige organisationer lige for tiden minder os om, at vi skal give os rige. Giv dig rig og så følger ti teser. Tese 1 siger: Livet og alle dets goder er en gave fra Gud. Dagligt må vi mindes om det Jacob Pauli synger: Lær mig at kende dine veje og gå dem trøstigt skridt for skridt; Jeg ved at hvad jeg fik i eje, er gods til låns, og alt er dit Åss 300 Indrømmet, det er da en overvejelse værd, om vi nogen gange bliver en undskyldning for at ting ikke købes eller sættes i stand. I snart et år (inden for det sidste halvt andet år) har vi ikke haft vand i hanerne, fordi seminariets vandpumpe er i stykker, og der synes hele tiden lige at mangle penge til lige at få vandforsyningen i orden igen. (Her kan missionærerne ikke bruges som undskyldning for, at det ikke bliver lavet.) Vandet skal hentes i tønder ved brønden, så ud over at have lånt tønder fra missionæren, så kommer de studerende hver morgen og hver aften for at låne en sækkevogn til at fragte de fyldte tønder med. Og så opdagede vi for et par uger siden, at seminariet rent faktisk selv har en sækkevogn, men at den står gemt godt af vejen, da den er i stykker og så længe man kan låne missionærens, ja, så er der jo ingen grund til at sætte den i stand, eller hvad der nu ligger bag (Her var der så en brugbar undskyldning på grund af missionærerne.) Men tese to minder os om: Vi er skabt til at nyde livet og bruge det til glæde for os selv og andre, heri er inkluderet det vi ejer inklusiv en sækkevogn. Ikke alt er til låns Når det gælder om at låne, så må vi til stadighed, som missionærer, der har mange ting, de andre ikke har, arbejde på at finde nogle gode og brugbare løsninger på, hvordan vi forvalter vores skruetrækkere, bøger, gryder, slibemaskine, printer, mv. og glæde os over, at det vi ejer trods alt besvær kan blive til gavn for andre. På seminariet bliver der hver dag arbejdet intenst på at give de studerende dét som ikke er til låns, dét som møl og rust heller ikke fortærer, nemlig Guds Ord. Som tese ni og ti siger: Kirkens vigtigste opgave er at dele evangeliet med andre Kvindegudstjeneste (9) og ingen er rigere end den, der kender Gud (10). Fantastisk at være rig og kunne dele både af det ene og det andet. Især det andet nemlig evangeliet. Ellers er det ved at være eksamenstid. På onsdag er det sidste skoledag og på næste mandag går det løs, så vi er færdige til påske. Og så er Anne- Lene er ved at forberede et tredagesseminar for 60 kvinder, som skal være lige efter påske. Kærlig hilsen og Guds fred Anne-Lene og Peter 11

Soleiðis gekst Elini Elin koyrdi spannina niður í brunnin og fylti hana við reinum, køldum vatni. Hon kom at hugsa um ørindi, sum omman fyri stuttum hevði lisið upp fyri henni, har Jesus sigur: Og tann, ið gevur einum av hesum smáu bert eina skál av køldum vatni at drekka, av tí at hann er ein lærisveinur, sanniliga sigi eg tykkum, hann skal als ikki missa løn sína.«men tað var ikki nógv, sum Elin kundi geva nøkrum. Hon átti onki, bara slitnu klæðini, sum hon gekk í, og ein kamb. Alt var øðrvísi, tá ið pápin livdi, tí hann arbeiddi á góðsinum hjá greivanum og vann nakað av peningi. Men nú vóru bæði pápi og mamma hennara deyð, og Elin búði saman við ommu síni í eini neyðarsligari smáttu, sum hoyrdi til góðsið. Tær livdu av tí peningi, sum tær fingu fyri at karða, spinna og veva fyri fólk, og um summarið dyrkaðu tær eisini grønmeti og seldu tað. Kortini fingu tær ongantíð nóg mikið av peningi, so at tær kundu umvæla og hugna um smáttuna. Hvørja ferð tað regnaði, dryppaði regnið niður á køksgólvið, og tá ið tað var nógvur vindur, ristist øll smáttan, og tær vórðu ofta bangnar fyri, at hon fór at skrambla saman. Eisini høvdu tær hoyrt okkurt um, at nú ið greivasonurin hevði arvað góðsið eftir pápa sín, ætlaði hann at bróta smáttuna niður og byggja eitt vakstrarhús ístaðin. Tá ið Elin hevði fylt spannina og var á veg heim, hugsaði hon um, hvat hon mundi fara at verða, tá ið hon varð stór. Hon ætlaði sær út í heim at vinna nógvan pening og koma heimaftur sum ein fín dama. Hon smíltist, tá hon hugsaði um, hvat omman mundi fara at siga, tá ið hon fór at lata kuffertið upp við øllum gávunum. Omman skuldi fáa bæði gerandis- og sunnudagskjóla, skinnfrakka, blomstrut turriklæði, leðurstivlar og eina lampu, sum var eins flott og tann, hon hevði sæð á góðsinum. So kundi omman sita leingi og lesa í Bíbliuni uttan at fáa ilt í eyguni, og Elin kundi sita og lurta, samstundis sum hon broderaði. Eisini ætlaði hon at umvæla smáttuna, mála hana hvíta og skifta takið. Og so skuldu tey gomlu og fátæku í býnum fáa mat og klæði frá henni. Meðan Elin soleiðis gekk í egnum tonkum, gjørdist hon eitt sindur kløkk, tá ið hon knappliga sá, at ein maður sat við vegjaðaran og hugdi upp á hana. Hann var myrkur í húðini og hevði svart krúllut hár. Elin hevði ongantíð sæð hann fyrr, men hon gjørdist ikki bangin, tí hon hevði hoyrt, at hestaseljarin var myrkur og sá øðrvísi út enn onnur í býnum, og tí helt hon, at tað mundi vera hann. Hann spurdi Elina, um hann kundi fingið eitt sindur av vatni frá henni. Elin rætti honum aðra spannina, og tað sást, at hann var sera tystur. Síðani sletti hann nakað av vatni á andlitið og tað síðsta, sum var í spannini, stoytti hann niður á føturnar. Hann var sera fegin um hjálpina og segði, at hon skuldi fáa eitt oyra afturfyri. Men tá ið hann fór at leita í lummunum, fann hann onki. Hann var skjótur at bjóða sær til at fylla spannina aftur fyri Elina, men tað helt hon ikki verða neyðugt og bað hann heldur hjálpa onkrum øðrum, sum hevði hjálp fyri neyðini. Tá ið Elin var farin, hugsaði hann um hetta, sum hon hevði sagt. Hann var ikki vanur við at hjálpa øðrum, uttan at hann fekk okkurt afturfyri, so hann skilti hana ikki rættiliga, men lovaði kortini sær sjálvum, at hann skuldi hjálpa, um onkur hevði brúk fyri tí. 12 Nr. 3 mai. 2010 63. árið

Hestaseljarin fór so aftur til gongu, og tá ið hann hevði gingið í ein tíma, setti hann seg niður aftur við vegjaðaran at eta matpakkan. Meðan hann sat og át, hoyrdi hann knappliga skrambul og larm, sum kom onkustaðni langvegis frá. Hann sá kortini onki, men helt, tá ið ljóðið nærkaðist, at skramblið óivað kom frá einum hestavogni. Tá hann so at enda sá hestavognin hjá skattafútanum koma við rúkandi ferð eftir vegnum, og at skattafútin als ikki hevði tamarhald á støðuni, hevði hann hug at smílast og hugsaði, at hatta hevði skattafútin gott av, tí at hann so mangan hevði verið strangur við hann, tá ið hann ikki hevði nóg mikið av peningi at gjalda sín skatt fyri. Hann sat bara róligur við vegjaðaran og ætlaði sær, ið hvussu so er, ikki at hjálpa skattafútanum. hann komin eitt sindur fyri seg aftur og spurdi hestaseljaran, hvat hann vildi hava afturfyri, at hann hevði bjargað honum. Hestaseljarin segði, at hann onki skuldi hava, men bað skattafútan heldur hjálpa onkrum øðrum, sum var í neyð. Tað lovaði skattafútin at hann skuldi gera, og teir báðir skiltust. Skjótt gloymdi skattafútin tað, hann hevði lovað, og fór eins harðliga fram ímóti teimum, sum ikki kláraðu at gjalda sín skatt, men eitt gloymdi hann ikki, og tað var altíð at kanna hestin væl, so at hann ikki aftur gjørdist garvillur. Ein dagin fór hann inn til ein fiskimann og húski hansara at krevja pening, sum tey skyldaðu í skatti. Tey bønaðu og bóðu hann hava tol við teimum, tí tey áttu ongan pening í løtuni, men skattafútin var óður og harður og ætlaði at taka kúnna frá teimum. Knappliga komu orðini hjá hestaseljaranum fram fyri hann, og hann tók sín egna pung úr lummanum og segði blídliga við fiskimannin, at hesaferð vildi hann gjalda skuldina fyri tey, av tí at onkur annar frammanundan hevði gjørt honum eina góða gerð. Tá fiskimaðurin hoyrdi hetta, takkaði hann skattafútanum fyri vælgerðina, men skattafútin svaraði honum bara, at hann skuldi minnast til eisini at hjálpa, um hann møtti nøkrum øðrum, sum var í neyð. Tað lovaði fiskimaðurin honum. Hvat ið hevði verið av skattafútanum, er ikki gott at vita, um hestaseljarin ikki knappliga var komin at hugsað um tað, sum Elin segði um at hjálpa onkrum í neyð. Jú, hann vildi fegin hjálpa skattafútanum. Hann leyp út á vegin og visti júst, hvat hann skuldi gera fyri at steðga hestinum, tí tað hevði hann roynt fyrr í sínum arbeiði sum hestaseljari. Tá ið skattafútin kom út úr hestavogninum, var lítið um hann, og hann setti seg niður á ein træstubba við vegjaðaran. Hestaseljarin stóð og royndi at sissa hestin og kannaði, hvat tað var, sum hevði gjørt hann so villan og óstýriligan. Undir saðlinum fann hann ein spískan pinn og hugsaði beinanvegin, at hetta mundi onkur av fíggindunum hjá skattafútanum hava gjørt, og teir hevði hann nógvar av. Hestaseljarin bjóðaði sær til at koyra skattafútin til hús. Tá ið teir komu heim til skattafútan, var Sama kvøld gjørdist veðrið sera vánaligt, tað var nógvur vindur, og tað ljóðaði sum um, at húsini hjá fiskimanninum fóru at skrambla saman, men kortini lógu tey øll trygg í fasta svøvni. Fiskimaðurin vaknaði tó, tá ið onkur bankaði á kamarsvindeygað. Tá ið hann sá, at tað var greivasonurin, skundaði hann sær at lata seg í. Ørindini hjá greivasoninum vóru at fáa 13

fiskimannin at føra seg yvir um fjørðin eftir lækna. Tað vildi fiskimaðurin helst ikki, tí hann metti, at tað var vandamikið at fara í hesum veðrinum. Greivasonurin bønaði og bað hann um at koma, tí mamma hansara brádliga var vorðin sjúk og mátti fáa læknahjálp beinanvegin, tí annars fór hon heilt víst at doyggja. Tá skilti fiskimaðurin, at hetta var møguleiki hansara at hjálpa onkrum afturfyri, at skattafútin hevði givið honum skuldina eftir. Hann sendi eina bøn til Guðs, fór eftir lyktini og gekk púra róligur framman fyri greivasoninum oman til bátin. Veðrið var sera vánaligt, men fiskimaðurin var væl vandur á sjónum og kom í øllum góðum til lands aftur við læknanum. Greivasonurin var so glaður fyri, at fiskimaðurin hevði hjálpt honum og bjóðaði honum bæði pening og mat afturfyri, men fiskimaðurin svaraði honum bara aftur, at hann longu hevði fingið sína løn, og at hann heldur skuldi hjálpa onkrum øðrum, sum var í neyð, ístaðin fyri at geva sær nakað afturfyri. bara nakað av óruddi liggja og sløðast. Elin sat á einum skamli og græt, og omman gekk runt millum óruddið og leitaði eftir onkrum, sum møguliga kundi brúkast. Elin og omman, sum greivasonurin hevði ætlað at koyrt út úr smáttuni, soleiðis at hann kundi byggja eitt vakstrarhús ístaðin, vóru tær fyrstu hann møtti, sum vóru í neyð, aftaná at hann hevði givið fiskimanninum sítt lyfti. Hann hugsaði beinanvegin við sær sjálvum, at so var tað teimum báðum hann átti at hjálpa. Hann hugsaði við sær sjálvum, at hann als ikki hevði brúk fyri einum vakstrarhúsi, og at hann nógv heldur ynskti at byggja Elini og ommuni eitt fitt lítið hús, og so skuldu tær sleppa at búgva har so leingi, sum tær vildu. Greivasonurin bygdi teimum eitt hús, og tað varð júst soleiðis, sum Elin altíð hevði ynskt sær tað. Hvítt við stórum vindeygum og reyðum taki. Runt um húsið var ein urtagarður, og har vuksu vakrar blómur og trø. Alt inni í húsunum var nýtt og vakurt, bleytar sengur, komfýrur í køkinum, nýggir koppar, tallerkar, grýtur, teppir og gardinur. Men best av øllum var, at tær eisini høvdu fingið eina nýggja petroleums- lampu, sum var eins og tann á góðsinum. Nú sat omman og las í Bíbliuni, sjálvt tey myrkastu vetrarkvøldini, og Elin sat og lurtaði eftir henni, meðan hon broderaði. Greivin gav teimum eitt sindur meiri av jørð at dyrka grønmeti á, og Elin fekk loyvi at arbeiða á góðsinum. Soleiðis gjørdist tað lættari hjá teimum báðum at klára seg, og tær gleddust um, at tær nú at enda eisini høvdu fingið eitt hugnaligt hús at búgva í. Leysliga umsett, Petra Gregersen Greivasonurin helt, at hetta var eitt løgið svar, men lovaði, at hann skuldi hjálpa tí fyrsta, ið hann møtti, sum var í neyð, um tað so var hansara argasti fíggindi. Hesa náttina svav greivin ikki, men gekk bara runt og mól, og tá ið tað móti morgni fór at lætta hjá mammuni, og læknin segði honum, at hon uttan iva fór at koma fyri seg aftur, fór greivasonurin lættur um hjarta ein túr út. Hann saðlaði hestin og reið sær ein túr á ogn síni at vita, hvussu stóð til eftir ódnarveðrið. Tá ið hann kom fram við smáttuni hjá Elini og ommuni, hvakk hann við, tí har var eingin smátta longur. Ódnarveðrið hevði tikið smáttuna, og har sást 14 Nr. 3 mai. 2010 63. árið

BARNASÍÐAN Ferðin gjøgnum oyðimørkina Úr Refedim til Sinai Eftir at Ísraelsfólk hevði ferðast í oyðimørkini Sin, har tey fyrstu ferð fingu manna til matna, komu tey til Refedim. Í Refedim grenjaði fólkið um, at tey vóru so tyst, og at einki vatn var at fáa. Aftur meylaðu tey um, hví Móses hevði ført tey út úr Egyptalandi, har tey høvdu tað nógv betri. Tey vórðu so óð, at Móses var bangin fyri, at tey fóru at grýta grót eftir honum. Hann vendi sær til Guðs, og Gud bað hann fara til klettin Hóreb og lovaði honum, at tá ið hann slerdi á klettin, skuldi vatn spretta fram. Tað gjørdi Móses, og fólkið fekk vatn at sløkkja tostan við. Í Refedim lupu amalekitar eisini á ísraelsfólk. Amalekitar var eitt heiðið fólkaslag, sum livdi av at loypa á fólk og stjala frá teimum. Móses bað Jósva savna sær menn og fara í bardaga við amalekitar. Sjálvur lovaði hann at standa uppi á heygnum við stavi Guðs í hondini. Jósva fór við monnum sínum í bardaga, og Móses, Áron og Hur fóru niðan á heyggin. Tá Móses hevði hendur sínar upprættar, vóru ísraelsmenn við yvirlutan, men tá ið hann ikki orkaði meir og læt tær síga, vóru teir við undirlutan. Áron og Hur hildu so hendur hansara upp um høvdið, og soleiðis vóru hendur hansara upplyftar til sólin fór niður, og ísraelsmenn vunnu bardagan. Úr Refedim kom ísraelsfólk til Sinaifjall. Móses fór niðan á fjallið, og tríggjar dagar seinni steig Gud niður til fólkið og gjørdi ein sáttmála við tey, gav teimum tey tíggju boðini. Síðani fóru Móses og Jósva niðan á fjallið og vóru saman við Guði í fjøruti dagar. Har vórðu tey tíggju boðini skrivað niður á tvær steintalvur. 15

Her síggja tit tey tíggju boðini. Setið tey í rætta rekkjufylgju á reglurnar niðast. Minst til at halda hvíludagin heilagan Tú mást ikki stjala. Tú mást ikki dríva hor Tú mást ikki misbrúka navn Harrans Guðs tíns. Tú mást ikki bera falskan vitnisburð ímóti næsta tínum. Tú mást ikki sláa í hel. Tú mást ikki hava aðrar gudar enn meg. Tú mást ikki girnast hús næsta tíns. Æra faðir tín og móður tína. Tú mást ikki girnast konu næsta tíns, ikki húskall ella arbeiðskonu hansara, ikki fæ hansara ella nakað, sum næsti tín eigur. 1. 2. 3. 4. 5. 6. 7. 8. 9. 10. Umbróting: Brandur Petersen Prent: Estra Ábyrgd: Silas K.K. Olofson Útgevari: Kirkjuliga Missiónsfelagið Undir Klakki 39 FO-700 Klaksvík Tlf.: 286968 T-postur: kmf@kmf.fo Heimasíða: www.kmf.fo Konta: 9181-495.337.3 Kirkjuligt Missiónsblað kemur út 8 ferðir um árið ( feb, mar, mai, jun, aug, sep, nov, og des) Haldaragjald: kr. 150,- 16 Nr. 3 mai. 2010 63. árið