Gentan hjá Ríka-Rasmusi doyði dagin fyri brúdleypið Andras á Forunum og Ríki-Rasmus við Sjógv Bæði Andras Poulsen og pápabeiggin Rasmus vóru nógv ár til lands í Íslandi Andras Inni í Húsi við Sjógv verður skjótt 7 ár, nú komið er inn í árið 1887. Hann fyllir 9. februar. Skynsemið hansara, sum er vorðið meira tilvitað um lívsins mongu leikir, er nú so dánt ført fyri at fatað og skipað mongdina av allari tí empirisku vitan, sum kringumstøðurnar geva honum í dagligdegnum. Heimurin er ikki bara túnið her við Sjógv. Tað er eisini ein verð innan fyri Bø og uttan fyri Selvind. Her á foldum búgva ikki bara foreldur hansara, Poul Johannes og Katrina, tey trý systkin hansara og nærmastu grannar í Sjóvartúni. Tað finst eisini ein heimur handan nærmastu sýn. Andras var ikki gamal, tá hann fyrstu ferð fór við mammu síni út í Gerðar at vitja ommu sína Petronellu og Berint abba. Húsini hjá teimum Niðri í Stovu helt hann vera tey vakrastu og hugnaligastu í øllum býlinginum. Hann fekk at vita, at børnini hjá teimum vóru systkinabørn hansara. Nærmastu skyldfólk. Serliga Inga, sum bara var nøkur fá ár eldri enn hann, var so mild og fitt, helt hann. Har úti hevði hann verið ofta síðani. Fleiri ferðir var hann farin stetlandi einsamallur út í Gerðar. Ferðin var so spennandi, serliga at koma framvið Heygsstøð, har úthandlarnir stóðu. Hann hevði hitt Jóhonnu, sum var 5 ár eldri enn hann. Hon var dóttir Andreas Berthelsen í Króki, sum rak úthandilin fyri Skibsted. Hon tók í hondina á honum og vísti honum runt í hesi verð, sum var púra fremmand fyri honum. Har var ein rúgva av neystum, av fiski og av vøru. Nógv fólk gekk har eisini. Gomul mynd av neystum á Strondum 1
Tey Inni í Húsi við Sjógv Ætt Andrasar á Forunum, ið hevur sitið við festinum Inni í Húsi á Strondum, gongur aftur til abba hansara, Andreas Poulsen, ið festi 23. mars 1842. Áðrenn hann høvdu verið 12 festarar á garðinum aftur til 1584, tá jarðarbøkurnar taka við. Andreas Poulsen, Andras Inni í Húsi, hevði sitið við festinum í 4½ ár, tá hann giftist við Elsebeth Joensdatter úr Fornlendi. Hann var tá 39 ára gamal, konan 15 ár yngri. Andras og Elspa fingu 5 børn: Elsebeth Cathrine, f. 1848. Hon doyði 10 ára gomul. Poul Johannes, f. 1852. Hann festi í 1875. Rasmus Johan (Ríki-Rasmus), f. 1856 Else Cathrine Helene Marie, f. 1860. Hon doyði 24 ára gomul. Cathrine Malene, f. 1864. Giftist við Jógvani Nielsen í Selvindi. Poul Johannes giftist í 1878 við Cathrinu Magnussen, dóttir Berint og Petronellu Magnussen Niðri í Stovu úti í Gerðum. Tey fingu hesi børn: Andreas Edvard, f. 1880 Berendt Poulsen, f. 1881 Petronelle Helene Marie, f. 1886 Elsebeth Susanne Jacobine Elisabeth, f. 1884 Ada M. P. T. K. T. D. E. Andreasen, f. 1889 Magnus Julius Christoffer Edvard, f. 1891 Helena Maria Frederikka, f. 1893. Bara Ata verður skrivað við eftirnavninum Andreasen, hini hava øll Poulsen. Andreas Edvard Poulsen (1880-1980), Andras, giftist í 1906 við Johonnu Elisabeth (1885-1953), f. Danielsen úr Garði. Tey fingu hesi børn: Edvard Martin, f. 1908. Giftist við Onnu Kathrinu Karlinu, f. Andreasen, úr Haldórsvík Poul Johannes Sofus (Ginni), f. 1910. Giftist við Johonnu Sofíu, f. Nielsen, úr Saltangará Katrina Gertrud, f. 1912. Giftist við Rasmusi Frederiksberg Jógvan Kristian Sigurd, f. 1914. Giftist við Janu A.S.E., f. Hansen, úr Kollafirði Birgitta Elisabeth, f. 1916. Giftist við H.M.A. Otto Andreasen úr Haldórsvík Susanna Malena, f. 1919. Giftist við Alexander Danielsen Rasmus Johan (Jassi) f. 1921, ógiftur Einar Johannes, f. 1924, ógiftur Hansina, f. 1927. Giftist í 1958 við Thomasi Thomsen í Geilini (1921-1996) Inger, Inga, sum seinni giftist við Jóhan Johansen í Stovugerði Sonurin hjá Símuni Andreasen, kunoyinginum, sum æt Joen Olavus, var bara 2-3 ár eldri enn Andras. Hann vísti honum eisini runt á Høvdanum, har úthandilin hjá Jørgen Bech og Sønner stóð. Oftast var Petronella omman einsamøll inni við døtrunum, tá hann kom inn til hana úti í Gerðum. Berint abbi og synirnir vóru farnir til útróðrar. Hann fekk at vita, at tað merkti, at teir vóru farnir við einum báti langt út á hav at fiska. Fiskin seldu teir til handlarnar heimi í Heygsstøð.,,Er tað ikki farligt, omma? Kunnu teir ikki Gamla bóndahúsið Inni í Húsi datt burtur og navnið við, tá Andreas Poulsen, Andras bóndi, í 1906 bygdi sær hús eitt sindur uttari, á Forunum. Keldur: Grein í Dimmalætting 9. feb. 1980: Andrias á Forunum á Strondum 100 ár, Kongsfestini á Strondum Eitt av húsunum Niðri á Dunganum úti í Gerðum 2
Rasmus Johan Andreasen, Ríki-Rasmus ella Rasmus í Toftastovu (1856-1939) søkka?? spurdi hann ommu sína. Petronella ypti bara øksl.,,soleiðis er lívið. Hasum mugu vit bara liva við, segði hon. Mostir hansara gongur eitt sindur fjálturstungin og rennur aftur og fram har inni.,,verður nú alt til reiðar? spyr hon mammu sína Petronellu. Mostir hansara hevur eitt langt navn, sum Andras ikki rættiliga dugir at siga. Birgitte Susanne Frederikke Magnussen. Hann sær hana ofta inni við Sjógv. Hon er forlovað við pápabeiggja hansara, Rasmusi. Tað er lýst fyri teimum í kirkjuni. Tey skulu giftast 12. februar, tríggjar dagar eftir, at hann hevur fylt 7 ár. Lítið visti lítli Andras, Andreas Edvin Poulsen, sonur Poul Johannes Andreasen Inni í Húsi við Sjógv og Cathrinu, dóttir Bærent og Petronellu Magnussen, ættað Niðri í Stovu úti í Gerðum, at tá tann dagurin nærkaðist, 12. februar 1887, kom sorg, saknur og grátur inn í lívið hjá honum og hansara nærmastu. Beiggi hansara, Poul Johannes, festi garðin í 1875 og í 1878 giftist hann við Cathrinu Magnussen, dóttir Bærent og Petronellu Magnussen, úr gamla býlinginum úti í Gerðum. Rasmus fer í sama hús at fáa sær konu. Genta hansara er systir Cathrinu, konuni hjá beiggjanum. Hon eitur Birgitte Susanne Frederikke Magnussen. Tað er lýst fyri teimum og tey eru innskrivaði til giftingar. Tað er gott lag á fólki við Sjógv og úti í Gerðum. Eitt brúdleyp styttir so væl um tann myrka veturin, plagdu tey gomlu at siga. Lítli Andras gleðir seg eisini. Alt verður nú gjørt klárt til brúdleypið. Matur og drekka verða fingin til høldar, stás og skreyt verður seymað og vovið og stovurnar gjørdar tilbúnar til allar brúdleypsgestirnar. Tað verður ein stórur dagur við Sjógv 12. februar í 1887. Rasmus Johan Andreasen, Ríki-Rasmus ella Rasmus í Toftastovu, sum hann seinni varð róptur, er 30 ára gamal, nú vit eru komin inn í nýggja árið 1887. Nú skal hann giftast. Andreas Poulsen, Andras bóndi, gjørdist 100 ára gamal 3
Andras bóndi avdúkaði minnisvarðan á Strondum 96 ára gamal Minnisvarðin yvir sjólátin í Sjóvar kommunu varð vígdur 1. november 1976. Andrias Poulsen bóndi á Forunum avdúkaði hann, 96 ára gamal. Á minnisvarðanum standa eisini nøvnini á teimum 4 morbrøðrum hansara, sum gingu burtur feigdardagin 8. februar í 1889. Tað vóru Hanna Abrahamsen og Tinna Abrahamsen, sum báðar búðu á Mýrum, ið tóku stig til, at minnisvarði skuldi verða gjørdur á Strondum. Tær høvdu báðar mist mannin undir krígnum. Árni Ziska, steinhøggari, hevur gjørt minnisvarðan, sum stendur úti á Raktanga. Keldur: Grein í Dimmalætting 9. febr. 1980: Andrias Poulsen á Forunum á Strondum 100 ár, Sjóvar kommuna So hendir nakað ræðuligt. Birgitta legst sjúk og doyr dagin fyri brúdleypið.,,bruden døde forinden Vielsen, sum tað stendur í kirkjubókini. Alt tað, sum varð gjørt til brúdleypið, kom nú at verða nýtt til ervið í staðin fyri. Tung var leiðin hjá Berinti og Petronellu hendan februardagin í 1887 at ganga úr kirkjugarðinum við Sjógv og út í Gerðar, nú dóttir teirra, Birgitta, var løgd undir mold, bara 20 ára gomul. Tey eiga nú 7 børn eftir: synirnar Magnus, Petur Jacob, Thomas Frederik, Elias Christoffer og Bernard og døturnar Cathrine, kona Poul Johannes, og lítlusystir Ingu. Berint er nú gamal og merkir væl, at aldurin tekur at boyggja. Hann verður glaður fyri tann stuðul og ugga, sum røsku synir hansara veita honum í stríðnum fyri dagligu útkomuna. Teir eiga lívið í honum og konuni Petronellu. Men tann dagur er ikki fjarur, tá hesin stuðul miskunnarleyst og við einum høggi verður tikin frá teimum báðum gomlu. Tann dagur er ikki fjarur, tá skorðarnar undir tilveru teirra brádliga og uttan ávaring verða tiknar undan. Dagurin, tá havið tók heilar 7 mans í býlinginum í Gerðum. Dagurin, tá Berint og Petronella mistu fýra synir og tríggir mans í grannahúsinum heldur ikki komu aftur. Feigdardagurin 8. februar í 1889*. *Sí grein nr. 3: Eru Gerðabátarnir afturkomnir? Andras merkir við tað sama, hann kemur inn í roykstovuna hjá ommu síni og abbanum úti í Gerðum, at nú er alt broytt. Berint abbi og Petronella omma sita hvør sínu megin eldstaðin og Inga goymir seg burtur í einum króki. Tað er so skýmligt inni, so ófrættakent. Tað plagdi tað ongantíð at vera. Hann gongur stillisliga eftir moldgólvinum yvir móti teimum gomlu. Varisliga gevur hann seg til kennar. Hann kennir seg so hjálparleysan, tá hann sær tárini renna niður eftir teimum rukkutu kjálkunum á teimum; hann firnast tey eitt sindur, kennir seg ótryggan Tey taka hann ikki inn til sín, sum tey eru von. Tey sita bara har við samanløgdum hondum. Sita sum steinrunnin. Her er so undarliga stilt. Hann kennir tøgnina so nívandi, kennir tað, sum fær hann ikki luft. Her er so... deytt. 4
Hevði mamman bara verið her, men hon sigur, at hon orkar ikki at ganga út higar nú. Hon hevur sagt honum hví. Góðar tveir mánaðir eftir feigdardagin, hin 20. apríl, fær Andras eina lítla systir, so nú eru tey 5 systkin. Mamma hansara, Cathrina, kallar upp allar fýra beiggjar sínar, sum gingu burtur 8. februar, tá hon gevur lítlu dóttir síni navn. Tí kom Ata at fáa eitt so sjáldsama langt fornavn: Ada Magnina Petra Thomasia Kristina Thomina Daniella Elisabeth Andreasen. Lítli Andras við Sjógv verður verandi hjá ommu og abba sínum úti í Gerðum. Í fólkateljingini í 1890 síggja vit nøvnini á teimum, sum nú búgva Niðri í Stovu: Berinth Magnussen, 70 ár, Petronella f. Petersen, 56 ár, Inger Marie Simone, 16 ár og Andreas Edvard Andreasen, 9 ár. Andras býr úti í Gerðum, til hann verður 18 ára gamal. Tá vit koma nakað inn í 1800-talið misti tann feudala samfelagsskipanin í nógvum londum á meginlandinum takið á almúguni - tað vanliga fólkið varð loyst úr fjøtrum. Hetta var ein beinleiðis avleiðing av tí fronsku kollveltingini í 1789, tá fólkið setti seg upp ímóti teimum ráðandi og kravdi sín part av samfelagságóðanum og eisini ávirkan á stjórnarviðurskiftini. Hesar rembingar skolaðu eisini inn yvir Føroyar og broyttu fullkomiliga viðurskiftini hjá tí vanliga fólkinum. Í 1846 varð sokallaða,,trælalógin frá 1777 avtikin, sum álegði ognarleysum at tæna hjá bóndum og sum noktaði nøkrum at giftast, sum ikki áttu ½ mørk í jørð. Í 1856 fingu føroyingar frían handil og í 1861 varð Bátsbandið, sum helst hevur verið allar dagar, men sum varð ásett beinleiðis við lóg í 1813, eisini tikið av. Okið varð nú tikið av herðunum á fjøldini, nýggjar tíðir komu og nýggir vinnuvegir tóku seg upp. Ferðin við Waagen í 1888 Waagen var ein stór slupp, sum hevði maskinu og segl. Norðmaðurin Watne, ið búði á Seyðisfirði, átti skipið, ið sigldi millum Ísland, Føroyar og Noreg. Heimstaðurin var Stavanger. Waagen kom um náttina 4. oktober 1888 inn á Skarðsvík í Fugloy og mundi farið í briminum. 150 út-róðaramenn vóru við. Dimmalætting skrivar 13. oktober 1888: En farefuld Rejse havde de Islandsfiskere, der kom hjem med Dampskibet,,Waagen. Efter 3 Dages Rejse i mere eller mindre orkanagtigt Vejr kom skibet Natten mellem Torsdag og Fredag i Snefog ind i Brændingen ved Skarsvig på Nordsiden af Fuglø. Mandskabet og Passagererne bleve kaldte op på Dækket, og Kap-tajnen bad dem befale sig Gud i Vold, da der ikke syntes Udsigt til Redning. Ved hjælp af det eneste til-bageværende Sejl de andre vare Dagen i Forvejen blæste i Stumper og Stykker i Forening med Maskinens fulde Kraft lykkedes det at komme klar af Landet, hvor de taarnhøje Bølger kastede deres skummende Kamme over hundrede Fod op ad den stejle Klippekyst. Næste Morgen kom Skibet i god Behold ind til Klaksvig. Nakrir strandingar vóru við hendan ódnartúrin við Waagen, m.a. Poul Abrahamsen, sum giftist við Augustu og búsettist á Mýrum, og Andrias Rasmussen úti á Trøð. Teir báðir søgdu, at túrurin var ikki heilt so ringur, sum Jóan Petur í Trøð ger hann til í vísu síni um Waagen. Keldur: Sámal Johansen: Til lands. Ùtróður í Íslandi, Poul. J. Nolsøe: Føroya Siglingarsøg, bind 7, Arnold Abrahamsen Í 1872 kom fyrsta sluppin til landið og umleið 3 ár seinni birtist tann fyrsta føroyska,,frálandavinnan. Tá einahandilin varð avtikin, vaks útróðurin alsamt og í 1870 varð útróðrarveiðan komin upp á 3277 tons, sum var eitt stak gott ár. Fá ár vóru betri fram til ár 1900. Hóast tað, so fara føroyskir útróðrarmenn at royna á øðrum leiðum 5 ár seinni, umleið 1875. Teir fara at rógva út í Íslandi, fóru,,til lands, sum tað varð rópt. Farið varð yvir til Íslands í juni mánaði, tá torvtíðin var av, og komið var heimaftur um heystið, uml. hálvan september, alt eftir hvussu ferðaskipini sigldu til Íslands. Tað var tann góða úrtøkan, sum føroyskir útróðrarmenn kundu koma uppá, sum dró teir til Íslands. 5
Strandingar eru uppi teimum fyrstu. Dimmalætting skrivar 27. sept. í 1879, at tað er góður fiskiskapur í Íslandi. -Serliga suðuroyingar og strandingar hava fiskað nógv, stendur í blaðnum. Føroyingar tóku seg saman í,,kompaníir og róðu út frá ymsum plássum í Íslandi. Tá tað nærkast aldamótinum 1900 eru einir 20 strandingar, mest sjóvarmenn, og gøtumenn gingnir saman í eitt felag, sum nevndist Stórakompaní. Onkur fuglfirðingur var við eisini. Teir halda til á Borgarfirði. Í hesi íslendsku heimasíðuni kunnu vit lesa: Útgerð Færeyinga á Borgarfirði Heimildir eru til um veiðar Færeyinga í umdæmi Borgarfjarðarhrepps á tímabilinu 1896-1929.... Í hreppsbókum er fyrst getið um Færeyinga árið 1896. Þá gerðu þeir út fjögur tveggja manna för frá Bakkagerði... Árið 1899 er fyrst talað um Færeyingafélög á Borgarfirði eystra. Þá eru þau skráð þrjú. Það stærsta var á Bakkagerði og gerði út 6 báta en hin tvö voru í Húsavík og Höfn, og gerði hvort um sig út einn bát. Aðrir strandingar róðu um somu tíð út frá øðrum plássum, m.a. Skálanesi uttast á Seyðisfjørðinum. Formaður í Stórakompanínum í meira enn 40 ár var ein sjóvarmaður. Hann æt Rasmus Johan Andreasen. Hann var vanliga nevndur Ríki-Rasmus ella Rasmus í Toftastovu. Formaðurin í Stórakompanínum hevði við alla úrtøkuna hjá útróðrarmonnunum at gera. Úrtøkuna skuldi hann býta út, tá komið var aftur til Føroya um heystið. Ríki-Rasmus hevði ikki fingið nakra skúlagongd. Hann dugdi hvørki at lesa ella skriva, men at rokna dugdi hann. Nøkur av teimum 9 børnunum hjá Andras bónda og Jóhonnu Allur roknaskapurin hjá honum varð førdur í,,høvdinum. Hann nýtti hvørki blýant ella pappír, tá hann roknaði út, hvat hvør skuldi hava. Tað kom ikki fyri, at hann roknaði skeivt. -Eg ivist í, um nakar í dag hevði verið kvikari í høvuðrokning enn hann. Um tað so var brotrokning, kundi hann rokna tað skjótari enn aðrir við blýantinum, segði Berint Juul Rasmussen, Danski Berint (1910-2008), sum vaks upp hjá Rasmusi, abbabeiggja sínum. Jóan Petur Abrahamsen á Mýrunum (1892-1984) segði somuleiðis, at Rasmus skuldi hava so gott minni, at hann skrivaði einki upp, men hevði allan roknskapin í høvdinum. Tá teir komu heim um heystið, avroknaði hann alt eftir minninum, og allir vóru nøgdir. Ríki-Rasmus var ikki bara kringur at rokna í høvdinum, hann var eisini so avbera sterkur. Hann bygdi sær eini hús við Sjógv, ið nevndist Toftastovan. Tey stóðu niðanfyri høvuðsvegin omanfyri húsini, har Vilhelm Andreasen býr í dag. Tá hann bygdi, bar hann sementtunnu, ið vá sløk 400 pund, upp úr báti upp á tann knortluta Sjóvarhøvda og allan vegin heim í grundina. Hesi húsini vórðu tikin niður síðst í 1960- árunum. Rasmus varð tvær ferðir giftur. Fyrra konan æt Carolina Susanne, dóttir Johannes Paula Johansen, men tað hjúnalagið hevur helst vart stutt. Síðani giftist hann við Cathrine Jacobsen úr Morskranesi, sum hevði verið húshaldskona hjá honum. 6
Eisini mátti hann at taka hond í alt tað, sum gerast skuldi á landi. Tað er skjótt, at hesin ungi sjóvardrongurin gerst kunnigur við býlingarnar har úti á Strondum og húsini, sum stóðu spjadd á ymsum teigum, gerðum og traðum. Tá hann er komin til mans og sum 18 ára gamal fer inn aftur til Sjóvar, er tað serliga eina fitta, unga gentu, sum hann ikki fær úr huganum. Hon eitur Johanna Elisabeth Danielsen og býr í Garði. Andras bóndi situr á bríkini í køkinum á Forunum Tey vóru barnleys, men seinni, í 1915, tóku tey 5 ára gamla Berint Juul Rasmussen til fosturs. Rasmus Andreasen doyði í februar mánaði í 1939. Støðan er alt annað enn góð úti í Gerðum, har lítli Andras nú býr. Hesin gamli býlingurin, har hús stóðu, tá jørðin varð matrikulerað í 1584, er fallkomin. Tað er ringur standur heima hjá Berinti og í grannahúsinum, har Elspa á Fløtti situr so púra fyri ongum. Hon misti bæði mannin, Dánjal Joensen, og tveir synir henda feigdardagin 8. februar í 1889. Fólk royna sum frægast at stuðla og ugga tey, sum eftir sita. Eisini fólk úr Havn. Tað er henda veturin, at Føringafelagið verður stovnað. Í Havn verða fleiri ferðir spældir sjónleikir í tinghúsinum. Tá leikirnir,,veðurføst og,,gunnar Havreki vórðu framførdir, visti Dimmalætting at siga 23. mars sama ár, í 1889, at nettoinntøkan varð býtt millum Føringafelagið og einkjuna eftir Dánjal Joensen á Strondum, sum gekk burtur 8. februar. Andras fór blaðungur at rógva út við teimum eldru monnunum í bygdini. Hann var mest við pápa og pápabeiggja sínum. Strandingar nýttu seksmannafør til havróður og í hansara uppvøkstri vann línan so smátt á snørinum. Egnt varð við øðu og kræklingi.,,tað er eitt hart lív, sigur pápabeiggin Ríki- Rasmus við Andras, tá Andras spyr hann, um hann kann sleppa við næsta ár, tá teir fara til lands í Íslandi. Tað ræðir ikki Andras. Hann er ikki vanur við annað. Ringa ferðin hjá Waagen fyri 10 árum síðani ræðir hann heldur ikki. 20 ára gamal fer so Andras á Forunum til lands í Íslandi við Stórakompaní og hann helt á við at vera til lands við Stórakompaní í út við 20 ár. Tað var sannilig eitt hart lív at vera til lands. Bústaðarviðurskiftini har yvuri á Borgarfirði vóru ikki av teimum bestu. Tað lak í eyr og seyr. Maturin? -Tað var ofta smátt til matna og av øðrum. Maturin var ofta bara keks og tann døgurði, sum vit kókaðu, tá vit komu aftur av útróðri, segði Andras einaferð í samrøðu við Nicodemus Rasmussen á Hellunum. Brenni var ofta einki uttan livur. Húsini hjá Hansinu til høgru. Longur heimi verða húsini hjá Árna Frederiksberg reist. Andras bóndi var abbi hansara 7
Í dag livir bara tann 85-ára gamla Hansina eftir av teimum 9 børnunum hjá Andrasi og Jóhonnu á Forunum við Sjógv. Hansina giftist 30. januar í 1958 við Thomasi Thomsen í Geilini. Brúdleypið varð hildið í nýbygdu húsum teirra á Brekku úti á Heyggi. Húsini høvdu WC, sum ikki var vanligt tá. -Tað tosaðu fólk nógv um, sigur Hansina. Hansina hevur hesar seinastu dagarnar verið so ring av krími. -Kom ikki ov nær, ella smitti eg teg bara! sigur hon. Hansina hevur altíð hvílt so væl í sær sjálvari. Er altíð tann sama. Her situr Hansina Thomsen millum Jógvan Rasmussen, Egga, og Óluvu Jacobsen á eini pensionistaveitslu Andras giftist í 1906 við Johonnu Elisabeth Danielsen í Garði. Sama ár byggir hann hús á Forunum, har børn teirra vaksa upp. Hann tekur við festinum, og tá hann gevst við at fara til lands, gerst hann bóndi burturav. Konan Jóhanna var lamin. Hon hevði bara eina hond og kundi tí ikki taka lut í øllum arbeiði á garðinum, men hon var prátingarsom og dugdi væl at siga frá. Hetta kom væl við, tí nógv fólk kom á gátt á Forunum. Áðrenn kirkjan kom á Selatrað í 1927, gingu fólk haðani til gudstænastu í Sjóvar kirkju. Áðrenn farið varð í kirkju, máttu tey skifta til betri klæðir eftir ein langan og ofta vátan gongutúr. Tað gjørdu nógv teirra á Forunum. Í somu hús gingu fleiri teirra, sum komu sjóvegis. Sami blíðskapur varð veittur teimum, sum komu til bygdina at dansa á vetri. Andras sleit høgan aldur. Bóndin á Forunum við Sjógv livdi í eina heila øld, í samfull 100 ár. Nógv var gjørt burturúr hesum hundrað ára degi. Fimleikarhøllin í skúlanum var fullsett við gestum úr øllum landinum. Røður vórðu hildnar og sangir sungnir fyri hesari gomlu kempuni. Maturin var góður. Har var ikki bara keks og kókaður fiskur. Har er eingin langtan eftir nøkrum, eygað ikki sær - eingin tráan eftir nøkrum, oyrað ikki hoyrir. Jørðildið á Forunum er fastgrógvið og sleppur ikki takinum í allari hugsan og medferð hennara. Í dag býr bara tann yngsti sonurin, Otto, heima hjá mammu síni. Honum dámar so væl at standa á seiðabergi við sjóvarmálan ymsa staðni niðri í fjøruni. Onkuntíð stendur hann úti á Bergi. Omanfyri har lá býlingurin í Gerðum. Har stóðu húsini Niðri í Stovu. Har kom ein lítil sjóvardrongur út at búgva eftir størsta feigdardagin í Stranda søgu. Fyri júst 124 árum síðani. Tað var abbi hansara, Andras bóndi á Forunum við Sjógv. Keldur: Grein í Diml. 9. febr. 1980: Gingið lívsins long brekku, og nátt hin høga aldurstindin, Oluf Djurhuus: Samstarv, Sámal Johansen: Útróður. Til lands í Íslandi (Varðin b. 41), Jógvan Jensen: Eitt hundrað ára minni frá 8. februar 1889 (Diml. 7. febr. 1989), Jóan Pauli Joensen: Fiskafólk, Kongsfestini á Strondum, H. Thomsen, E. Rasmussen, Chr. Danielsen, A. Abrahamsen. Myndir: Úr myndasavninum hjá Lassa Borðoy, Hansina Thomsen, Eigil Rasmussen Eftirskoyti: Ein annar sjóvarmaður kallaðist eisini Ríki- Rasmus. Hann æt Rasmus Joensen (1741-1814), eisini róptur Greivin við Sjógv, sí grein nr. 11: Trøllið við Sjógv 8
Menn í,,stórakompaní á Borgarfirðinum í Íslandi fyrst í 1900-talinum Aftast frá vinstru: íslendingur, Salomon úr Gøtu, íslendingur, Jógvan úr Gøtu, íslendingur, Poul Johannes Johansen, Pól Johs á Trøðni, Strendur, íslendingur, Petur Christian í Ólastovu í Gøtu, Tummas á Niðri í Gøtu, og síðani tveir íslendingar. Í miðjuni frá vinstru: Jógvan í Mýruni, Gøtu, Andrias Poulsen, Andras á Forunum, Strendur, Lýggjas á Mýruni, Gøtu, Jógvan í Toftum, Fuglafjørður, Petur í Gøtu, Gøtu-Anton, Gøtu, seinni búsitandi í Havn Fremst frá vinstru: íslendingur, Berint Poulsen, Berint á Forunum, (doyði ungur), Strendur, Hans Petur Hansen, Hans Petur hjá Kollafjarða-Johonnu, Strendur, Jóhan Johansen, Jóhan í Stovugerði, Strendur, Magnus, Gøtu, Poul Abrahamsen, Pól á Mýruni, Strendur, Jóan Jakku, Fuglafjørður. 9