Kirkjuligt Missiónsblað



Relaterede dokumenter
Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Ein livandi Kristus til ein doyggjandi heim

Kirkjuligt Missiónsblað

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál. Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Ríki maður og Lázarus Luk. 16,

Enok maðurin, sum gekk við Gudi

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

- Webundersøgelse, Fólkaskúlaráðið, oktober Fólkaskúlaráðið. Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på

Hvussu kunnu vit liva sum trúgvandi í dag?

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál

Kvinnan við Sikarsbrunn Partur II Joh. 4, 1-43

Men størstur av teimum er kærleikin

Kvinnurnar við grøvina

Kirkjuligt Missiónsblað

Søgan um "Vesturhavið Blíða"

Námsferð 25. mai 5. juni 2017

Til minnis um Elsa Jacobsen, kristniboðara

Sigurd fekk medalju fyri sigling í krígstíð í Íslandi

Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar


forbindelse med både ansættelse, ændring i ansættelsesforhold og ved afslutning af ansættelsen.

Kirkjuligt Missiónsblað

Út á Fagranes, har 7 fiskimenn mistu lívið í 1927

Sagsøgeren har påstået sagsøgte dømt til at betale kr. med procesrente fra den 26. juni 2003, subsidiært procesrente fra den 22. april 2008.

Minni um teir, sum sigldu og teir, sum doyðu undir krígnum Ferðin hjá "Johannu" eitt rimmar tiltak.

Kirkjuligt Missiónsblað

Lívsins salt. Vit hava verið í Ibiza og hugt eftir saltframleiðslu. Neptun og Nólsoy

Marius smíðar bát í Íslandi. ALS 10 ár. Stór frásøgn frá hátíðarhaldinum. Bjarni Djurholm má steðgast og fiskimonnum má vera tryggjað rættindi.

Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging

Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding av elinnleggjarum

Svenskur elitusvimjivenjari

Kirkjuligt Missiónsblað

Fólkaheilsukanning Hvussu hevur tú tað 2015

Klagan til TV2. Hvat kann gerast. Upplivdi illveðrið í 1932, ið beindi fyri formanni í FF. Livravirkið á Eiði. Frásøgn hjá Andrew Godtfred:

ATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN H71 - NEISTIN. Sunnudagin 28. september kl Hoyvíkshøllin

Aftaná eitt misálit Tað hjálpir einki bert at seta nýggjan landsstýrismann. Tað, sum ræður um, er ein fullkomilig umskipan av fiskimálaráðnum.

Givið út 30. mai 2017

Mest støðuga fiskavirkið er í Vági

Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin. Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014

Skiparin sum virkaði sum tannlækni

Hvat hendi við russarunum?

HAVNAR KLUBBI oktober Endurgerð av minnisriti Havnar Klubba, tá hann fylti 160 ár.

Nýggj stjórnarskipan má fyrst og fremst verja borgaran

Verkið liðugt hjá Líggjasi

Heilsan hjá langfarafiskimonnum

Strongdkanning av limum hjá Starvsmannafelagnum. Gjørd av Fegin Ábyrgdari: Niclas Heri Jákupsson

Gamlar myndir úr Norðuroyggjum

Leiðarans leiklutur og samskifti í broytingum

ICES viðurkennir. Bjargingarroynd í Vágsbotni. Fiskaren vitjar FF. Bernhard 5. partur. Løgtingsins umboðsmaður setir kærarar í gapistokk.

Føddur undir Hitler, vaksin upp undir Stalin

Ársins studentur. Áhugaverd frásøgn frá meslingagrindini, sum var í Gøtu í Vit hava myndir frá grindini, sum ikki fyrr hava verið alment kendar.

Fakturablanketten virk.dk. 1 At senda elektroniskar rokningar við fakturablanketten

Tine Færch Jørgensen. Til Trafik- og Byggestyrelsen

Sólskinssøga á heilsuøkinum

Skipari kláraði tað, sum læknar ikki kundu! Læknarnar vildi taka beinið av Palla, men hann noktaði.

"Okkara maður" í Sandoynni fyllir runt. Sigmund verður 75. Vit dokumentera, at sjónvarpstíðindini vóru fupp. Úr Syðrugøtu til Aberdeen

Fiskimaðurin Andrias í Tarti. Vit ynskja honum tillukku og hava 5. part av hansara lívssøgu. M.a. eru vit í barsil hjá Georg L. Samuelsen í 1911.

samstarva At veita eina um skjóta hettar og tilboðið: goða viðgerð til kvinnur við burðartunglyndi.

Nr. 321 Hósdagur 8. juli ,- Síða 17 Baksíðan Síða 9 Síða 3 Síða 14

Grindadráp í Tjukotka í Siberia

Altjóða fiskivinnuserfrøðingurin Ben Yami kemur aftur Vænta at fáa íkast til at meta um okkara fiskivinnuskipanir.

Smiðjan á Skipanesi Brot úr okkara smiðjusøgu. Okkara maður í Nambia. Er prískappingin í vanda? Børn á Sanatoriinum

Gazet í Kirkjubø staðfesti gullaks fyri 100 árum síðani

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

FF-blaðið í Frankaríki Vit vóru bæði á fiskivinnuvitjan og til fótbólt. Drúgv og øðrvísi frásøgn

90 ár síðani skaðagrindina. í Sandvík

Framleiðsla av salti

LÆRARABÓK. Jón Magnus Joensen KRISTNI 5

Løgmaður um fiskivinnuna

Transkript:

Nr. 3 mai. 2012 65. árið Kirkjuligt Missiónsblað BÍBLIAN - KELDA TIL LJÓS OG FATAN Tá ið Sun Yat-sen, sum var ein politiskur oddamaður í Kina í 1912, einaferð varð spurdur, nær stóra vekingin í Kina byrjaði, svaraði hann: Hon byrjaði, tá ið Robert Morrison týddi Bíbliuna til kinesiskt. Hugsandi menniskju í øllum samfelagsbólkum og í øllum tíðarskeiðum hava góðkent virði og kraftina í Bíbliuni. Bretski vísindamaðurin og heimspekingurin Sir Isaac Newton segði, at evangeliið er tann mest stórfingna heimspekið á jørð. Tann gløðandi amerikanski fosturlandsvinurin Patrick Henry segði, at Guds orð er bókin yvir øllum bókum. Aðrir navnframir amerikumenn - Benjamin Franklin, Abraham Lincoln, Franklin D. Roosevelt og Dwight D. Eisenhower - hava sett Heilagu Skriftina ógvuliga høgt. Dr. J. Wilbur Chapman hevur skrivað hesi heiðursorð um Bíbliuna: Tað er einki sum hon, tá ið tú hevur ilt íhøvdinum! Tað er einki sum hon, tá ið tú hevur hjartasorg. Tað er einki sum hon, tá ið sólin ikki er frammi um dagin, og stjørnurnar ikki síggjast á nátt. Tað er einki sum hon, tá ið børn tíni eru móðurleys. Tað er einki sum hon, tá ið tú jarðar tín nýføðing. Tað er einki sum hon, tá ið lívsferðin er at enda komin, og tú hvílir høvur títt á lyftum hennara, og Gud boyggir seg niður og kyssir teg í svøvn. Vit liva í einum andaliga myrkum og moralskt ørvitisligum heimi. Á, sum okkum tørvar tað grøðandi ljósið frá Guds orði at vegleiða okkum! Títt orð er ein lykt fyri fóti mínum, eitt ljós á gøtu míni, segði Sálmaskaldið í Sálmi 119,105. Opinbering orða tína íbirtir ljós, ger teir óroyndu vísar. v. 130. Gævi, at vit trúføst fylgdu strálunum frá hesi vælsignaðu lampu, tí bara tá fáa vit tað rætta ljósið og ta røttu fatanina.

Søgn ella meistaraverk? Bara Gud kann hava stýrt framleiðsluni av einari bók sum Bíbliuni. Tað eru 66 bøkur í henni, og 40 ymiskir rithøvundar hava skrivað tær. Hesir Guds menn talaðu mong ymisk mál og høvdu ymisk størv. Ein egyptisk prinsessa hevði ættleitt Móses. Hirðadrongurin Dávid gjørdist seinni ein av størstu kongum Ísraels. Har var eisini ein forsætisráðharri, ein skattainnkrevjari, ein hirði, ein lækni og fleiri fiskimenn. Tíðarskeiðið, sum hesir menn livdu og skrivaðu í, var 1500 ár. Evnini, sum teir skrivaðu um, vóru so ymisk sum tónleikur, søga, vísind og átrúnaður. Tú skuldi hildið, at áskoðanirnar fóru at gerast ógvuliga ymiskar, tá ið ein so fjølbroyttur skari skrivaði. Tað hevði eisini verið so, um bara menniskju skrivaðu Bíbliuna einsamøll. Men tá ið tú lesur Bíbliuna gjølla, sært tú, at har eru ongar mótsagnir. Har er fullkomið samljóð millum allar 66 bøkurnar. Hvør einstakur rithøvundur váttar uttan at hugsa um tað, hvat ið undanmenn hansara, samtíðarmenn hansara og eftirmenn hansara skrivaðu. Tað er bara ein frágreiðing um, at alt samljóðar so væl, og tað er, at Heilagi Andin, sum er allastaðni, vegleiddi hvønn einstakan rithøvunda. Hvørki Móses, Dávid, Jesaja, Jóhannes ella Paulus skrivaðu síni egnu orð. Teir skrivaðu tað, sum Guds Heilagi Andi opinberaði fyri teimum, og Gud broytir seg ikki. Tí er eingin vandi fyri mótsagnum ella fløkjum. Tað, at alt samljóðar so væl í Bíbliuni, er eitt frálíkt prógv um, at øll Skriftin er innblást av Gudi. Ein bók, sum avdúkar framtíðina Eg dugi at síggja, at tygum eru ein ógvuliga heppin maður. Latið meg spáa tygum! Hesin skeggjuti eysturlendingurin, sum helt so rimmarfast í sína tasku, har alt var í, sum hann átti her á jørð, troðkaði seg yvir ímóti bili mínum, sum stóð parkeraður tætt við tann yðjandi Crawford Market í Bombay í India. Eg síggi, at tygum skulu út á eina langa ferð, helt hann áfram, og at tygum fara at gerast ómetaliga ríkur. Eg hevði hoyrt hesar munnfimu ANDAKT Tín hond ei slepti mær, eg veit tað væl, hon leiðir meg. Eftir at hava hoyrt fløguna barnasangir við Hermann og Svenn, rennur mær mangt í hug um pápa mín saknur og ymiskar kenslur berast í barmi. Eg og sonruin Ari vóru úti við grøvina hjá pápa og abba. Har tendraðu vit ljós. Hugnaligt við livandi ljósi í kirkjugarði! Nú eru foreldrini farin mamma fór í 2002 og pápi í 2006. Tað er ein torfør tíð. Hann hevði havt krabba eina tíð áðrenn. Hann viknaði so við og við; tó so, vann sjúkan ongantíð rættiliga á honum her hugsi eg um dirvi, mót og tann verumátt, hann hevði, meðan hann var sjúkur hann gleddist yvir so nógv. Um 8. apríl varð hann innlagdur fekk tosað við hann og lisið nakað fyri honum, m.a. stuttsøgur eftir H.A. Djurhuus so sum høsnatos og jólafriður. Serliga gleddist hann yvir jólafriður, at hoyra hesa vøkru søgu, sum er um tann djúpa friðin og vónríku gleðina, sum jólahøgtíðin ber í sær. Nøkur vinfólk løgdu eina bøn til várharra um, at eg kundi vera til staðar, nú hann skuldi tað seinastu ferðina. Eg var til staðar eins og fastir mín og kona pápa mín. Tað gjørdist torførari og torførari at anda hjá honum. Eg teskaði til hansara, um at gevast við at kempa ímóti og seta sítt álit á Jesus. Pápi var trúgvandi maður hann hoyrdi meg nokk ikki, ella teskaði eg so spakuligt, at eg ikki vildi lata hann fara ein tvístøða at koma í. Eina løtu seinni kendi eg á mær, at eg mátti endurtaka tað, eg hevði sagt. Eg so gjørdi. Hann hugdi uppá meg við stórum eygum og uppgav andan. Eg takkaði Gudi fyri, at hann tók pápa til sín, og brast í grát. Løgin kensla at sleppa pápa mínum úr mínum skirvisligu hondum, fyri at hann kann liggja trygt og fjálgt í hondum Jesusar. Samstundis tað ongantíð aftur, at kunna siga nakað við hann her á jørð. Tað man vera gott at fáa loyvið at fara av hesi fold! At sleppa at siga farvæl tað er ikki okkum øllum ein lutur. Og hjá mær eftirstandandi at senda eitt annað menniskjað yvirum til Jesusa tryggu og fjálgu hendur. Eilif Brimheim 2 Nr. 3 mai. 2012 65. árið

eysturlendsku spámenninar siga handa setningin mangar ferðir fyrr. Eg havi verið á mongum og longum ferðum, eisini áðrenn eg hitti henda mannin, sum bjóðaði sær at spáa meg í Bombay. Men teir eysturlendsku profetarnir raktu við síðuna av, tá ið teir søgdu, at eg fór at gerast ríkur. Rósa tær ikki av morgindegnum, sigur hin vísi maðurin, tí at tú veitst ikki, hvat dagurin ber í fangi sínum. Orðt. 27,1. Menniskju kunnu ikki við egnari hjálp siga frammanundan, hvat ið fer at henda í framtíðini. Tá ið vit finna eina bók, sum út í odd og egg sigur okkum um framtíðina, og tá ið tað sagda nágreiniliga gongur út, tá vita vit, at menniskju ikki hava skrivað hesa bókina einsamøll. Gud hevur vegleitt høvundarnar, sum skrivað hava bókina. Tað eru sannførandi vitnisburðir í rúgvutali, sum vísa okkum, at Heilaga Skriftin er av guddómligum uppruna. Minnist til tað, ið langt frammanundan var boðað, tí at eg eri Gud og eingin annar. Ein Gud, ið ikki finnur javnlíka sín. Eg boðaði frá upphavi endan, kunngjørdi frammanundan tað, sum ikki var hent og segði: Ráðagerð mín stendur føst, og alt, sum mær hóvar, eg fremji. Jes. 46,9-10. Framtíðin er nútíð hjá Gudi, og bara hann kann siga út í odd og egg, hvat ið fer at henda í morgin, næsta ár og komandi øld. Rithøvundarnir í Bíbliuni hava sagt frammanundan, hvussu tað fór at gangast við einstaklingum, býum, fólkum og átrúnaðarligum fyriskipanum, fleiri ár, ja, viðhvørt fleiri hundrað ár, áðrenn hendingarnar fóru fram. Bíbliunnar rithøvundar, sum høvdu ta profetisku gávuna, hava enntá skrivað um ta tíðina, sum vit liva í nú, og teir hava greitt frá hennara týdningi. Tað guddómliga profetiið dregur tað forhangið til viks, sum skilir tíðina frá ævinleikanum, og tað greiðir frá tí æviga heiminum hjá teimum frelstu. Vit kunnu hava álit á teimum bíbilsku profetiunum, tí nøkur teirra eru longu gingin út og tað so ómetaliga beinrakið. Tí at onga tíð er nakað profetaorð borið fram av mannavilja, men menn frá Gudi talaðu, drivnir av Heilagum Anda. 2. Pæt. 1,21. Profetiini í Bíbliuni eru ikki íkomin, tí at vælútbúgvin fólk settu seg niður at gita, men tey eru komin, tí Gud hevur evnini at síggja inn í framtíðina. Hann hevur skapað rúmdina, og hann veit, hvør ið ætlanin við henni er. Henda vælsignaða bók - Bíblian - má sanniliga vera Guds bók, tí tað er undranarvert, sum hon hevur kunnað sagt niður í odd og egg frá hendingum, langt áðrenn tær fóru fram. Tað er bara Gud, sum veit, hvat ið hendir í framtíðini. Bara Guds bók kann við vissu greiða frá komandi tilburðum. Profetiir, sum eru útgingnir ella eru um at ganga út, eru ein veldigur vitnisburður um, at Gud er upprunin til Heilaga Skriftina. R. Pierson Effie Campbell umsetti. 3

Nærkontaktbrev nr. 30 Sumbawanga d. 27/2-2012 Anne-Lene og Peter Olofson skriva Død, død og atter død og så liv Strømforsyning, kakerlakker og et lam Strømforsyningen døde. 56 timer uden strøm i weekenden er lidt af en prøvelse, især når man har frysere. Vi glæder os så over, at strømmen er tilbage igen. Kakerlakkerne dør på stribe, men om vi nogensinde får dem udryddet, er vi lidt i tvivl om. Da vi kom tilbage fra orlov, svømmede vi nærmest i kakerlakker, og vi gik i gang med at dræbe dem både ved hjælp af sprøjtegift og ved hjælp af klude i vores hænder. Efter 4 uger begyndte vi at tælle, hvor mange vi fik dræbt hver dag ved vores hænders hjælp. 119-53-101-85. Efter 14 dage var vi oppe på 1121. Vores havemand har nu købt en anden slags gift, han har lagt forskellige steder, og vi fortsætter kampen, selvom det ser lidt utrøsteligt ud. D. 10/2 fik vi et lam, men det var svagt, og kom ikke i gang med at amme. Alle tricks blev forsøgt, også indkøb af sutteflaske, men lige lidt hjalp det. Da en del af de studerende selv opdrætter geder og får, fik vi en af dem til at kigge på situationen. Og han forsøgte også at hjælpe lammet i gang med at amme, men heller ikke han fik succes. Så tog han nogle bananpalmeblade og et lille stykke trækul. Og trækullet viklede han ind i bladene og bandt det om halsen på lammet. Vi det heksekunst, overtro eller? Han forsikrede, at det var hverken heksekunst eller overtro, men en lokalmedicin til lam, der ikke ville amme. Men da en fortalte, at hvis kvinder bandt en bælte af et eller andet rundt om maven, så kunne de ikke blive gravide, så måtte vi erkende, at den sunde fornuft sagde fra. Lammet det døde. Drengen Lørdag aften klokken otte (25/ 2) kom en kollega og spurgte, om Peter ikke kunne køre et sygt barn på hospitalet. Jo, naturligvis. Regntiden synes ingen ende at tage, og vejene er derefter, så vi måtte en omvej for at komme til hospitalet. Drengen, 6 år gammel, blev indlagt og vi kørte hjem igen. Men vi var ikke nået mere end lige ind ad døren, da kollegaen ringede og spurgte, om Peter ikke kunne køre igen, da drengen skulle have blod, og kollegaen var farbror, og kunne formodentlig være donor. Vi kørte igen, men da han var næsten færdig med at give blod, kom en sygeplejerske og sagde, at drengen var død. Kirkens ene bil var stødt sammen med en anden, og kirkens anden bil var i en ikke særlig god forfatning, så missionærerne kunne vel ikke hjælpe dagen efter Vi fik kørt drengen til næstformandens hus, da det var hans brors barnebarn, og næste morgen blev bilen fyldt og 14 voksne, en baby og liget af drengen, svøbt i en kanga, drog til landsbyen Mtuntumbe, 80 km fra Sumbawanga. Vi ankom i god behold selvom vejene var elendige og det regnede det meste af tiden. Mange mennesker var samlet til begravelsen og som vores egen præst på bibelskolen bemærkede ved vores mandagsgudstjeneste, vi fik hele tre prædikener ved denne begravelse. Først ved huset, siden på kirkegården, hvor prædikanten begyndte på deres stammesprog, men sagde (og det forstod selv Peter), at nu ville han fortsætte på swahili så den hvide mand kunne forstå, hvad der blev sagt. Siden prædikede dog den sidste på stammesproget. Belært af erfaringen havde Peter taget lidt bøger, sangbøger, kangaer og Bibler med, da der ofte kommer nogle og spørger efter det. Det er noget særligt at komme til en landsby lidt væk fra alfarvej og opleve, hvordan længslen efter at eje en Bibel, får folk til at myldre frem. Alle ti Bibler, der var med, blev solgt med det samme efter begravelsen. Og så kan man jo ærgre sig over, at der ikke var lidt flere med i bilen. Men godt at vi fik for over syv millioner (shilling) Bibler 4 Nr. 3 mai. 2012 65. árið

Et lille udsnit af kvinderne, der deltog i kvindegudstjenesten i Matai d. 11.3 fra Bibelselskabet for nogle dage siden, så der er noget at sælge af. Søndag fik vi også besøg af Gloria fra Syd-Afrika, der skal arbejde et år på Brødrekirkens børnehjem. Da Peter ikke kunne hente og bringe fik vi hjælp af Daniel Bøytler, der også sørgede for at generatoren kørte, så der kunne laves mad. Josva Herren frelser Drengens navn var Josva, og det betyder: Herren frelser. Godt at blive mindet om det faktum, midt i syndens og dødens verden. Det er den sande trøst for alle kristne. Kærlig hilsen og Guds fred Anne-Lene og Peter Der sælges bibler og bøger i Matai 5

Ein dreymur um náðina Emil og Hans vóru húsasmiðir og arbeiddu báðir upp á somu hús. Teir búðu eisini saman í eini barak. Eitt kvøldið teir høvdu lagt seg, sigur Hans við arbeiðsfelagan: Tú Emil, eg haldi, at um eg doyggi í nátt so fari eg fortaptur. Email kendi seg eisini á ridlandi grund. Hann varð umvendur í apríl, og nú var tað komið út í seinnu helvt av november. Hann hevði hoyrt tey eldri trúgvandi vitna um, at tey vóru frelst av náði, men hann hevði ikki greiðu á, hvussu tað var við náðini. So sovnaði hann inn í dreymaland. Hann droymdi, at hann var komin inn í ein vakran urtagarð. Sum hann gongur, kemur ein maður í hvítum klæðum at fylgjast við honum. Emil skilti, at tað var Harrin Jesus. - Hvar eri eg nú, spurdi hann? - Í Himlinum var svarið. - Men hvussu eri eg komin higar? Eg eri ikki verdigur at vera her. - Av náði eina, svaraði maðurin, frelsarin. Tá ið eg vaknaði, skilti eg hvat náði er: At eg óverdigur og syndigur sum eg var, heilt óuppiborið var komin inn í Guds reina Himmal. Og eg var fyltur við gleði. - Eg snakkaði eitt sindur við vinmannin um hetta, men eg veit ikki hvussu nógv hann fekk við - so sovnaðu vit báðir. Vit vóru lidnir við húsini og fóru hvør til sítt. Men umleið ein mánað seinni, nýggjársaftan 1934, hitti eg Hans uttan fyri missiónshúsið í bygdini. Tá ið hann sá meg, rópti hann við gleðirødd: Emil, nú eri eg frelstur. Hetta var eitt vakurt kvøld við mánalýsi og nýkava. Og eg minnist, hvussu hjartans glaður eg varð, sigur Emil. Í heiminum hjá Hansi vóru fleiri deyð av tuberklum. Og 2. februar las eg í avísini: Tað er tungt fyri okkum at skula kunngera at kæri sonur okkara og bróðir, Hans Pedersen, andaðist 1. februar 1935. Tá var eg glaður um, at arbeiðsfelagi og vinmaður mín fyri bert umleið einum mánaði síðani hevði funnið fram til Gud. - Hevði hann ikki tað kvøldið í barakkini sagt mær frá síni sálarneyð, hevði eg kanska ikki fingið henda góða dreymin um náðina. Hesin dreymur hevur upp ígjøgnum árini verið mær til gleði og ugganar. Søguna um henda vakra dreymin, segði Emil mær, tá hann eitt kvøldið í kavaveðri koyrdi meg í bili frá einum missiónsmøti til farstøðina í Strømmen; tað var í 1976. Når lysene tennes Trygve Bjerkheim. Emma Jacobsen týddi. 6 Nr. 3 mai. 2012 65. árið

Kirkjuligt Missiónsblað Nýtt frá KMF Komadi tiltøk Kirkjuliga Missiónsfelagið skipar fyri hvítusunnustevnu í missiónshúsinum við Landavegin í Havn í døgunum 26. til 28. maj. Høvuðstalari verður Svend Åge Jacobsen úr Danmark. Hann er fyrrverandi trúboðari í Tanzania, og hevur eisini starvast som lærari á Luthersk Missions Højskole í Hillerød í mong ár. 24. juni verða Julianna og Silas innsett til tænastu. Innsetanin verður í Christianskirkjuni kl. 18. Frá 20. til 23. september verður ársmøti Kirkjuliga Missiónsfelagsins í Emnmaus í Klaksvík. Høvuðstalari verður Dan Hessellund úr Danmark. Hjartaliga vælkomin! Stýrið Stuðul til Etiopia Mekane Yesu kirkjan í Etiopia hevur tørv á, at skapa sær nýggjar inntøkukeldur, tí stuðulin úr Evropa minkar. Fyri at skapa sær inntøkur er Mekane Yesu kirkjan í Arba Minch farin undir at byggja nøkur hús, sum tey kunnu nýta til ymisk endamál, ið geva inntøkur. Kirkjan hevur søkt um stuðul frá ymsum samstarvsfelagum til hesa verkætlan. Kirkjuliga Missiónfelagið fekk herfyri umsókn um at stuðla við 130.000 birr (uml. 43.000 kr), og hetta hevur Kirkjuliga Missiónsfelagið játtað. Reint praktiskt verður stuðulin latin gjøgnum Norsk Luthersk Missiónsamband, ið hevur trúboðara í økinum, og hesin trúboðarin hevur so ábyrgdina av, at peningurin kemur fram og verður nýttur á rættan hátt. Kirkjuliga Missiónsfelagið hevur fingið eitt bræv frá Esayas Emene, ið er presidentur fyri Syd-vest Synoduni. Hann takkar hjartaliga fyri stuðulin og ynskir okkum Guds frið og ríku signing! Stýrið í Kirkjuliga Missiónsfelagnum vil eisini takka tykkum, íð stuðla arbeiðinum. Tí uttan tykkum var ikki møguligt at ganga hesi umsókn á møti. 7

Hitt nýggja Jerúsalem - annar partur v22 Og tempul sá eg ikki í honum; tí at Harrin Guð hin alvaldi, er tempul hansara, og lambið. Tað tykist, sum Jóhannes er bilsin, tí hann ikki sær nakað tempul. Tað var staðið, har ísraelsmenn prísaðu Gudi og tað var har, teir komu fram fyri Guds ásjón. Í tí nýggja Jerúsalem er hetta broytt. Vit liva fyri Guds ásjón. Gud og lambið eru templið, og menniskju fara at liva í beinleiðis samfelag við Gud Faðir og Gud Son. Guds nærvera er um allan staðin. v23 Og staðinum tørvar heldur ikki sól ella mána til at lýsa; tí at dýrd Guðs skínur á hann, og lambið er lampa hansara. Vit hoyra í 2. Mós. 34, at andlit Mósesar skein, tí hann hevði verið hjá Gudi. Og dýrd Harrans ljómaði um hirðarnar á markini, tá teir fingu at vita, at Jesus skuldi føðast (Luk. 2,9). Men ljómin hvarv av andliti Mósesar og kring hirðarnar í Betlehem. Stefanus slapp at síggja Guds dýrd, beint áðrenn hann doyði. Í Àps. 7,55 lesa vit: Men hann hugdi upp til himmals, fullur av heilagum anda, og sá Guðs dýrd og Jesus standandi við høgru hond Guðs - í Paradís skal ljómin varða um ævir. Guds dýrd skínur og lambið er ein lampa - Gud Faðir og Gud Sonur eru keldur til ljósið. Tað kemur frá teimum. v24 Og fólkasløgini skulu ganga í ljósi hansara, og kongar jarðarinnar bera dýrd sína til hansara. Í Jes. 42,6 lesa vit, at Gud vil gera sín tænara (Jesus) til ljós fyri fólkasløgum og heidningum. Jesus er longu nú eitt ljós fyri menniskjum, men hetta uppfyllist endaligt í Paradís, tá øll fólkasløg liva í ljósi Guds. Kongar bera dýrd sína til Guds. Orðið dýrd kann eisini umsetast prís - teir prísa Gudi. Tá Jóhannes skrivaði hesi orð, var kirkjan fyri stórum atsóknum frá kongum og yvirvøldini. Men Jóhannes sær í Andanum, at eisini kongar fara at fáa lut í Paradís. v25 Og portur hansara skulu onga tíð verða latin aftur um dagin, tí at nátt skal ikki verða har. Portrini skulu onga tíð verða latin aftur. Í forðum lótu tey portrini aftur, tá tað fór at skýma til tess at verja seg móti álopum frá fíggindum. Í tí nýggja Jerusalem 8 Nr. 3 mai. 2012 65. árið

verður ongin nátt, onki myrkur og ongir fíggingar, sum kunnu leypa á, og tí er tað ikki neyðugt at lata portrini aftur. Frelsan frá øllum illum er fullgjørd. Og hetta er framtíðin fyri tí forfylgdu kirkjuni, sum nú upplivir atsóknir. Og vit hesum í geyma kunnu vit siga sum Paulus í Róm. 8,18: Tí at eg haldi tað, at líðingarnar í tíðini, sum nú er, einki eru aftur ímót teirri dýrd, sum skal verða opinberað á okkum. Tað kann vera trupult at koyra gjøgnum eitt smalt berghol, um ein alla tíðina hyggur eftir veggjunum og er bangin fyri at renna á. Men hyggur ein fram móti ljósinum fyri framman, tá er nógv lættari at koyra. Hetta mugu vit minnast, tá mótgongd hittir okkum! Líðingarnar í tíðini, sum nú er, eru einki aftur ímót teirri dýrd, sum skal verða opinberað á okkum. v26 Og menn skulu bera dýrd og æru fólkaslaganna til hansara. Í himli skulu vit æra Gud og lambið. Vit skulu bera teimum dýrd - syngja takkarsong. Jesaja talar í kap. 60 um ta dýrd, ið skal renna upp yvir Jerúsalem. Hann sigur m.a. í v. 5: Tá skalt tú síggja og lýsa av gleði, og hjartað í tær skal titra og víðkast; tí at havsins ríkidømi skal horva til tín, heidninganna ognir skulu koma til tín. Tað ríkidømi sum verður kalla fólkaslaganna æra, tað skal vera í himli. v27 Og als einki óreint skal koma inn í hann, ei heldur tann, sum fremur andstygd ella fer við lygn; eina teir, sum skrivaðir eru í lívsins bók lambsins. Nú hava vit hoyrt um, hvussu undurfullur himmalin er - alskyns dýrgripir og dýrd Guds eru har. Alt er gott. Men tað er nakað, sum ikki er har. Alt óreint, alt ónt. Tað er ikki í Paradís. Enn einaferð skulu vit hugsa um templið. Í 3. Mós. lesa vit um eina rúgvu av lógum, sum jødar skuldu halda fyri ikki at gerast óreinir. Lógin lærir, at vit ikki kunnu koma til Guds sum vit eru. Vit eru syndarar og hava tørv á reinsan frá synd. Og líka sum jødarnir ikki kundu fara inn í templið, um teir vóru óreinir, so kemur ongin inn í tað nýggja Jerusalem, um hann er óreinur - um syndin ikki verður reinsa burtur. Og bert eitt offur kann reinsa okkara synd. Tað er Guds lamb, sum ber syndir heimsins. Jesus er páskalambið, sum bleiv dripið, so vit kundu fáa frið við Gud. Tann reini bleiv gjørdur til synd, so vit kundu fáa hansara rættvísi. Okkara skuldarbræv bleiv neglt á krossin, tá Jesus varð krossfestur á Golgata. Hann er einasti vegur til Himmals. Ongin kemur til Faðirin uttan gjøgum Jesus. Tann, sum fremur andstygd eller fer við lygn, skal ikki koma til himmals. At fremja andstygd verður ofta nýtt sum eitt annað orð fyri avgudadyrkan. Ongin religión og ongin heimspeki kann føra okkum til málið - bert Jesus er vegurin til Guds. Tann, sum fer við lygn, kann skiljast sum tann, sum broytir tað kristnu læruna. Tann, sum lærir, at menniskju verða frelst gjøgnum trúgv og verk, gjøgnum tað at liva eitt fyrimyndarligt lív, gjøgnum tað at halda tey kristnu boðini - gjøgnum nakað annað enn Jesus - tey fara við lygn. Og tey skulu ikki arva Guds ríki. Hetta er sosatt eisini ein áminning til okkum um, at alt tað vit læra má vera í samsvar við Skriftina. At enda sigur Jóhannes, at eina teir, sum skrivaðir eru í lívsins bók lambsins koma inn í hitt nýggja Jerúsalem. Lívsins bók lambsins kann eisini umsetast sum Lambsins bók um lív. Tað er bókin, har skrivað stendur, hvør ið eigur tað lívið, sum bert kann fáast við trúgv á Guds offurlamb, Jesus. Tá tað stendur, at onki óreint skal koma inn í Paradís, so hugsar tú kanska, at tú ert óreinur. Hvussu er við mær? Eri eg so ikki skrivaður í lambsins bók? Okkara bíblia sigur, at eina teir, sum eru skrivaðir í bókini koma inn. Eisini ber til at umseta tað soleiðis, at onki óreint kemur inn, undantikið tey, sum eru skrivað í lambsins bók. At vera skrivaður í Lambsins bók merkir sostatt ikki, at tú ikki fellir í synd. Nei, øll eru órein, øll eru syndarar. Og tey sum eru skrivað í bókini eru frelst, ikki vegna teirra reinleika ella góðu gerðir, men vegna Jesu deyða teirra vegna. Tey hava hoyrt gleðiboðskapin um Guds lamb, sum ber syndir heimsins og hesin boðskapur hevur skapað trúgv í teirra hjarta - álit á, at Jesus hevur gjørt alt, sum skal til, fyri at tey kunnu fáa pláss í tí nýggja Jerusalem. Alt av náði! Silas Olofson 9

Fællesbrev nr 83, d. 27.03.2012 Anne-Lene og Peter Olofson skriva Forbered dig på eksamen. Forbered dig på at rejse. Forbered dig på påsken. Forbered dig på at dø. Noget står og falder med vores indsats, mens andet står og falder med andres indsats, og når det virkelig gælder, så er dét, der tæller, Jesu indsats for os. Hans død og opstandelse kan vi leve og dø på. Det sætter alle de mange daglige forberedelser i perspektiv. Anne-Lene kom godt til Danmark, og selvom hun blev sat til at forberede sig på operation fire gange ved at faste, så kom hun i mål d. 15/4, og blev opereret. Og meldingen er, at det går bedre og bedre dag for dag. Tak for forbøn. Hvis alt går efter planen skal hun til tjek på Rigshospitalet d. 17/4 og rejser derefter til Tanzania igen. Lige nu sidder de sidste studerende og skriver eksamen og i morgen er de alle væk. Lige undtagen dem der ikke har råd til at rejse hjem på påskeferie. Nogle af dem har så lidt malerarbejde på bibelskolen de kommende dage. I musikundervisningen skulle alle de studerende spille Lover den Herre, den mægtige konge med ære!, da det er en af salmerne i salmebogen her, som var ukendt for de studerende. Nu kan de den. Og de spiller og synger den af hjertens lyst. Skridt for skridt erobrer vi de mange gode salmer. Da jeg også har haft Anne-Lenes engelsktimer, så har der været en del mere at rette dette semester. Og så ville vores huskunstner gerne lige have oversat noget fra swahili til engelsk og biskoppen ville gerne have oversat noget fra tysk til swahili og generalsekretæren ville gerne lige have rettelser til det nye forslag til kirkens love, der skal drøftes på næste synode. Ét er de sproglige rettelser, noget andet er indholdet. Det er afgørende for kirken, at den har nogle gode love og at de love er i overensstemmelse med Guds Ord. Derfor er der gået mange timer med at gennemarbejde det udkast, der nu skal ud til drøftelse. En arbejdsgruppe forberedte dette udkast og færdiggjorde udkastet i 2008. Siden har det ligget, da det først er på synoden i 2013, det skal på dagsordenen. Men nu skal det ud til drøftelse i menighederne og derefter skal et udvalg bearbejde forslaget ud fra de indspil de får. Der er meget godt i udkastet, men der er også gods fra de nugældende love, der ikke er i overensstemmelse med Guds Ord (f.eks. om ægteskab), og der er nye På besøg hos biskoppen for at få materiale til en bog om Rukwa stift elementer i udkastet, som ikke er i overensstemmelse med Guds Ord (f.eks. omkring tjenestedeling). Så generalsekretæren fik ikke blot nogen sproglige rettelser, men også en række forslag til indholdsmæssige rettelser. Og det er vigtigt, at vi får mulighed for at give input før end på selve synoden. Sidste lørdag var en kollega og jeg på besøg hos biskoppen, hvor vi gennemgik og sorterede hans papirer og udkast til en bog om Rukwa stift. Siden fik vi taget en sikkerhedskopi, og nu begynder min kollega så arbejdet med biskoppens bog. Udover at skulle forberede undervisning til næste semester, så bliver der nok lidt mere tid nu til at arbejde videre med min undersøgelse om gudstjenesten indenfor Brødrekirken. På basis af 159 gudstjeneste viser det sig, at en prædiken i gennemsnit er på 28 minutter, den korteste varede kun 5 minutter og den længste 90 minutter. Og på basis af 158 gudstjenester blev resultatet, at de i gennemsnit begynder med 13 ½ minuts forsinkelse og at en gudstjeneste i gennemsnit varer 127 minutter (altså over to timer). Med ønsket om en glædelig påske kærlig hilsen og Guds fred Peter O.K. Olofson 10 Nr. 3 mai. 2012 65. árið

Brævið Einaferð var tað ein drongur, sum æt Hans. Hann var átta ára gamal og gekk í 2. flokki. Ein dagin sat hann inni og hugnaði sær saman við systkjunum. Hann sat og skrivaði eitt bræv. Systirin Anna, sum var ellivu ára gomul, las úr eini bók fyri lítlu systrini, og beiggin Steffan stríddist við at fáa eitt gamal útvarp at virka. Tá ið Hans var liðugur at skriva brævið, fór hann yvir til vindeygað og hugdi út. Varisliga legði hann brævið aftur um gardinuna, so at eingin skuldi síggja tað. Men Anna fekk altíð alt við og spurdi, hvat tað var, sum hann royndi at krógva fyri teimum. Stamandi viðgekk Hans, at hann hevði goymt eitt bræv har. Anna vildi vita, hví hann legði tað í vindeygakarmin og ikki koyrdi tað í ein brævbjálva og síðani í postkassan. Eisini vildi hon vita, hvat tað var fyri eitt bræv, og um Hans hevði skrivað til eina gentu, sum hann elskaði. Hetta vildi Hans ikki hava sitandi á sær og segði bara sannleikan, at hann hevði skrivað Guði eitt bræv. Tá fór Anna at flenna og spurdi, um hann ikki visti av, at tað bert bar til at biðja til Guðs og ikki at skriva til hansara. Hesum var Hans ikki samdur í og segði, at tá ið Guð hoyrir bønir, so kann hann eisini lesa brøv. Tað var Anna ikki samd við honum í, og hon vildi vita, hvat stóð í brævinum. Tað vildi Hans ikki siga henni og ætlaði at sleppa sær avstað við tí, men Anna fekk hann aftur og royndi at fáa fatur í tí. Pápin, sum sat í kamarinum og skrivaði, hoyrdi rokið og kom inn til teirra. Hann hevði hoyrt, hvat tey klandraðust um og bað Annu halda seg burtur og lata Hans hava brævið í friði. Tá Anna so aftur segði, hvussu býttur Hans var at skriva eitt bræv til Guðs, fortaldi pápin 11

teimum eina hending úr Bíbliuni. Hann segði teimum frá Hizkija kongi, sum var í stórari neyð, tí Ísraelsfólk var umringað av fíggindanum. Hann hevði fingið eitt bræv frá fíggindans herførara, har hesin hótti við at drepa alt fólkið, um tey ikki góvu seg yvir, og so hevði hann eisini spottað Guð í brævinum. Hizkija valdi so at breiða brævið út í templinum, so at Guð kundi síggja tað, sum herførarin hevði skrivað. Guð bjargaði ísraelsfólki, og Hizkija takkaði og lovaði Guði. Tá ið pápin var liðugur at siga frá, fór hann aftur inn í kamarið at skriva. Hans fór upp í kamarið hjá sær, og Anna var eitt sindur lot, tí hon hevði sagt, hvussu býttur Hans var. Men skjótt gloymdi hon alt aftur og fór at lesa søguna lidna fyri lítlu systrini. Nakrar dagar seinni fann Steffan eitt rukkað pappír á gólvinum og tók tað upp. Í brævinum stóð: Góði Guð. Kanst tú hjálpa mær, tí eg ræðist so illa tveir av teimum stóru dreingjunum, sum altíð renna eftir mær og sláa meg, tá eg gangi heim úr skúlanum. Meðan hann stóð og las, kom Hans inn. Hann var ikki blíður, tá ið hann sá, at Steffan las hansara bræv, men Steffan vardi seg við, at tá ið hann læt sítt bræv liggja og sløðast á gólvinum, kundi hann rokna við, at tað varð lisið. Steffan spurdi so Hans, hví hann ikki hevði fortalt sær, at tveir stórir dreingir slerdu hann. Um hann hevði vitað tað, so hevði hann langt síðani havt bukað teir av. Tað tordi Hans ikki, tí teir stóru dreingirnir høvdu hótt við at drepa hann, um hann slatraði. Men so legði Hans aftrat, at hann als ikki var bangin fyri teimum longur, tí Guð hevði longu hjálpt honum. Annar drongurin hevði fingið ilt í beinið og kundi tí ikki renna eftir honum, og hin tímdi ikki at gera tað einsamallur. Hann segði, at hann var so glaður fyri, at hann altíð kundi biðja og skriva til Guðs, men eisini fyri at hann átti ein so fittan stóran beiggja, sum altíð var til reiðar at hjálpa honum. Leysliga umsett Petra Gregersen Nýggir haldarar Eg ynski at halda Kirkjuligt Missiónsblað. Navn: Bústaður: Postnr. og bygd/býur: Undirskrift: At senda til: Kirkjuligt Missiónsblað, Undir Klakki 39, FO-700 Klaksvík 12 Nr. 3 mai. 2012 65. árið

Brøv frá lurtarum Kirkjuliga Missiónsfelagið stuðlar útvarpsstøðini Voice of Salvation við 100.000 kr um árið. Voice of Salvation (VOS) sendir kristnar útvarpssendingar inn yvir m.a. Kina. Hesar sendingar røkka inn til fólk í økjum, har tað ikki er møguligt hjá trúboðarum at koma. Tí eru hesar útvarpssendingar ofta einasti møguleiki hjá fólki at hoyra gleðiboðskapin um Jesus. Voice of Salvation fær ofta brøv frá lurtarum, og vit vilja her endurgeva nøkur. Góði VOS Eg takki Gudi fyri okkara felagsskap í Harranum. Tað gevur vatn til mítt tystandi hjarta. Tá eg eri keddur og vónsvikin, so stuðla og hjálpa tit mær altíð við at boða Guds Orð. Tá eg felli, so hjálpa tit mær á føtur aftur. Tit boða mær, at Gud er hjá mær - og hetta orðið goymi eg í hjartanum. Ein systir í Jhejiang. Góði VOS Eg hevði ein hjartatilburð, og eri avlamin í høgru síðu. Tí skrivi eg til tykkum við vinstru hond, hóast hetta er sera trupult fyri meg. Tað er Gud, ið gevur mær styrki og trúgv til at finna pennin fram og skriva til tykkum... Tykkara talur hjálpa mær nógv. Tær eru ikki háføgur heimspeiki, men klárar og boða mær tað, sum Bíblian lærir. Tær hjálpa mær nógv í mínum andaliga lívi. Systir Kuo úr Shandong. Góði VOS Ein av næmingum mínum úr Suchou fann tykkara heimasíðu. Hóast hann ikki sigur seg vera trúgvandi, so lurtar hann nógv eftir tykkara tilfari á netinum. Eg haldi, at tað eru nógv duld trúgvandi í Kina - serliga millum tey lærdu sum eg. Hóast tey trúgva, so tora tey ikki at siga tað alment. Eg havi sjálvt roynt at vitna fyri mínum arbeiðsfelagum og næmingum, men eg fái ikki gjørt tað alt ov opinlýst... Mær leingist at skriva til tykkum fyri at síga, at eg veruliga eri glaður fyri tykkara arbeiði. Tit eru so góðir lærarar, og eg má lurta eftir sendingini Our Time hvønn dag. Tykkara vinarligu orð treingja inn í mítt hjarta. Tit eru so erlig og innarlig, at tykkara sendingar ikki tykjast sum undirvísing, men meira sum um eg fái ein boðskap og eina opinbering. Heilsan ein systir uttanfyri Kina. Góði VOS... Takk fyri tykkara ídni og fyri tykkara umsorgan fyri mínum viðurskiftum við Gud. Takk fyri at tit boða Orðið til vegleiðing fyri meg, so eg veit, at Gud er hjá mær. Ja, sanniliga er Gud aldri farin frá mær líka mikið, hvat er hent. Eg kann altíð biðja til hann, og hann troystar meg og gevur mær frið... Nú er fólk í øllum bygdunum her í økinum, ið fara í kirkju hvønn sunnudag. Systir Hu í Jilin. 13

BARNASÍÐAN Petra Gregersen Rut Eftir at ísraelsfólk hevði fingið land sítt aftur, var tað ofta í stríði við ymisk fólkasløg, sum vunnu sigur á tí. Tá vendi fólkið sær til Guðs um hjálp, og Guð sendi dómarar at hjálpa tí. Henda tíðin verður kallað dómaratíðin. Hon vardi í 300 ár. Í dómaratíðini var eina ferð hungur í Kánaanslandi, og í Bíbliuni hoyra vit um, at í hesi tíðini var ein maður úr Betlehem, sum orsakað av hungursneyðini saman við húski sínum flutti til Móab. Hetta var eitt gudrøkið húski, konan æt Noomi, og tey áttu tveir synir. Stutt eftir at húskið var komið til Móab, doyði maðurin hjá Noomi og seinni doyðu báðir synirnir eisini. Synirnir vóru giftir, og sonarkonurnar royndi so at hjálpa Noomi, men hon ynskti at sleppa heim aftur til Betlehems. Sonarkonurnar itu Rut og Orpa, og teir fylgdu henni á leið. Tá ið tær høvdu gingið ein fittan tein, segði Noomi, at tær skuldu fara heim aftur, og hon kysti tær. Orpa vendi við, men Rut valdi saman við vermóðurini at fara til Betlehems. Í Betlehem varð Rut gift við einum manni, sum æt Bóaz, og tey fingu ein son, sum tey kallaðu Óbed. Óbed var abbi Dávid kong, og tað vil so siga, at Rut var langomma hansara. Jesus var eisini av somu ætt, sum Rut og Dávid, og soleiðis gjørdist Rut, sum ikki var av jøda ætt, kortini ættarmóðir Jesusar. 14 Nr. 3 mai. 2012 65. árið

BARNASÍÐAN 15

Umbróting: Brandur Petersen Prent: Estra Ábyrgd: Silas K.K. Olofson Útgevari: Kirkjuliga Missiónsfelagið Undir Klakki 39 FO-700 Klaksvík Tlf.: 286968 T-postur: kmf@kmf.fo Heimasíða: www.kmf.fo Konta: 9181-495.337.3 Kirkjuligt Missiónsblað kemur út 8 ferðir um árið ( feb, mar, mai, jun, aug, sep, nov, og des) Haldaragjald: kr. 150,- 16 Nr. 3 mai. 2012 65. árið