Ríki maður og Lázarus Luk. 16, 19-31. Úr bókini Sæden er Guds ord Øivind Andersen Hetta líknilsið er av øðrum slag, enn tað vit hava sæð í Matteus Evangeliinum. Her snýr tað seg ikki um myndatalu ella hugsaða søgu., men Jesus nýtir eitt dømi úr veruliga lívinum, sum hann sýnir okkum, til tess at vit skulu læra av tí. Hjá Lukkasi eru fleiri líknilsi av tí slagnum. Fyrimyndarfrásagnir er kanska besta heiti, vit kunnu geva teimum. Jesus talar um ting, sum veruliga henda og um persónar, ið lýstir verða fyri okkum, annaðhvørt til ávaringar ella eftirfylgingar og lærdóms. Umframt hetta líknilsið um Ríka mann og Lásarus, hava vit líknilsið um hin ríka bóndan (12, 16-21), Farisearan og Tollaran (18, 9-14) og vit kunnu eisini nevna líknilsið um Hin Miskunnsama
Samariubúgvan (10, 25-37), hóast hetta líknilsið ikki er ein fyrimyndarfrásøgn á sama støði sum hini. Í frásøgnini um Ríkamann og Lazarus, sýnir Jesus okkum tvey menniskju, sum í mannaeygum høvdu verið mett sum eitt eydnuríkt og eitt eydnuleyst menniskja. Men hann vísir okkum, at tað er tað eydnuríka menniskjað, ið er eydnuleyst, og tað eydnuleysa, ið er eydnuríkt. Um ríka mann verður sagt, at hann livdi hvønn dag í fagnaði og góðgæti, og harafturat klæddi hann seg í dýrastu klæði, ið fáast kundu. Tað er ein maður, ið er nøgdur við tilveruna. Hann hevur rokkið øllum tí, hann setti sær fyri. Hann er í tí, sum menniskju vildu kallað, eini øvundaverdari støðu. Tað er ikki ofta, ein hittir slík menniskju. Lázarus harafturímóti tykist at vera í einum syndarligum standi. Hann er ikki bert fátækur, men eisini sjúkur, og tað stendur, at hann varð lagdur við dyrnar hjá hinum ríka. Hann slapp at vera har og at eta seg mettan av tí, sum fall av borðinum hjá tí ríka. Eftir viðurskiftum tíðarinnar er hetta eitt slag av góðgerð og talar til fyrimuns fyri hinum ríka, at hann loyvdi Lázarussi at vera á hesum støði. Men stóra samkenslu fekk Lázarus ikki frá menniskjum. Tað vóru hundarnir, ið komu og sleiktu sár hans. Hetta er so tað, sum menniskju kunnu siga um hesar báðar. Um hin ríka hava tey ivaleyst sagt: "Hann eigur at vera eydnuríkur." Og um Lázarus: "Neyðars maður." Men hetta, sum fólk síggja og siga um teir, er ikki sannleikin. Tað kemur klárt til sjóndar, tá teir fara úr hesum heimi. Tað er vandamikið at liva upp á tað, ein ikki kann doyggja uppá. Vit menniskju stúra mest fyri, hvussu vit skulu koma ígjøgnum henda heim. Øll stremban og umsorgan gongur hjá teimum flestu út upp á tað. Men Jesus hevur gjørt okkum tað greitt, at slíkur ampi er bæði óneyðugur og vandamikil. Hetta síggja vit í kap. 6 hjá Matteusi, í Fjallataluni. Har verða vit ávarað ímóti stúran fyri tí, sum hesin heimur hevur at bjóða okkum, og okkum verður ístaðin lagt eina við at søkja Guds ríki. Tað, sum vit skulu hava ampa av, er, hvussu vit skulu fara úr hesum heimi. Fram um alt: Hvussu er støða mín, tá eg fari úr heiminum? Tað er júst tað, Jesus talar um í døminum um Ríka Mann og Lázarus. Dagur kom, tá Lázarus doyði. Tá hendi tað, at hann av einglunum varð borin í fang Ábrahams. Tað merkir, at Harrin sjálvur gjøgnum einglar sínar tekur hann og gevur honum heiðursess í nánd av Ábrahami. Vit kunnu ikki so mikið sum ímynda okkum ta eydnu og ta sælu, sum stóðst av hesum. Men eisini kom dagurin, tá hin ríki doyði, og um hann verður lagt afturat, at hann varð jarðaður Neyvan er hugsandi, at stórvegis ervi varð gjørt eftir Lázarus. Fáur mundi varnast, at hann var farin. Harafturímóti mundu mong geva ríka manni gætur. Mong rósandi orð mundi hann fáa við sær, hvussu eydnuríkur maður hann hevði verið. Helst hevur hann verið róstur til skýggja. Eingir einglar vóru har at bera hann burtur. Tá hann læt eygu síni upp, var hann í deyðsríkinum í stórari pínu. Langt burturi sá hann tá Ábraham og honum í nánd á heiðurssessi, Lazarus. Í pínslu síni rópar hann um linna, men tað er nyttuleyst, tað fær hann ikki, tí millum hansara og staðið hjá Ábrahami og Lazarus er staðfest eitt óført dýpi, har eingin kemur yvirum. Samband er einki millum hesi bæði støð. Svar Ábrahams til hin ríka mannin í deyðsríkinum. Hetta svar sigur okkum, hví tann ríki maðurin er endaður í glatanini. Tað sigur okkum eisini, hvussu tað ber til, at Lazarus er frelstur og sælur. Hin ríki maðurin er glataður, tí hann hevur fingið sítt góða í jarðarlívi sínum. Lazarus er frelstur, tí hann hevur fingið tað ónda, meðan hann livdi. Hetta mega vit hyggja nærri at. Undantikið hetta, verður einki sagt um lív og levnað teirra, hvat teir hava verið og gjørt. Heldur einki verður sagt um syndir og 2
misgerðir teirra. Hvat merkir tað at fáa sítt góða, meðan ein livir? Tað nýtist ikki at merkja, at hann hevur havt tað gott, meðan hann livdi. Tað merkir heldur ikki, at hann hevur verið ríkur. Mong menniskju hava tað gott uttan at hava fingið sítt góða í livitíð síni. Mong menniskju hava verið rík, uttan at verða glatað av teirri orsøk. Besta dømi um hetta man vera Ábraham, sum vit eisini hitta í hesum líknilsinum. Hann var ein ríkur maður, men fekk so sanniliga ikki sítt góða í jarðarlívi sinum. Hann var sum ein fremmandur og útlendingur í hesum heimi. Sæð við menniskjaligum eygum var lív hansara, á mangan hátt, ein einasta stór roynsla og samanhangandi líðing. Kortini var Ábraham bæði ríkur og eydnuríkur, eisini menniskjaliga sæð. Fyri at finna svarið uppá, hvat hetta at fáa sítt "góða" merkir, skulu vit samanbera við byrjanina av sálmi 16, ein yndisligur songur av Dávidi: "Við Harran eg sigi." Tú ert Harri mín, mín lukka er eina hjá tær! (v 2). Orðið "Góða" merkir tað, sum gevur mannahjartanum heila og fulla nøktan. Tað sum ger, at mannahjartað ikki tráar eftir nøkrum øðrum, bert tað hevur hetta. Eydnast tað einum menniskja at finna hetta í hesum heimi og teimum lutum, ið her eru at finna, so er hetta menniskjað longu fokið og noyðist at fara í glatanina. Tá er sálarlív menniskjans og insta tráan tess farin fyri skeyti. Men úteftir sær hetta ikki soleiðis út. Henda sálarstøða vísir seg á tann hátt, at menniskjað er fullnøgt við tað, ið fáast kann burtur úr hesum heimi. Tráar ikki eftir meira. Livir hvønn dag í fagnaði og góðgæti og er fullnøgt við tað. Hvussu oyðiløgd ein slík sál er, vísir Jesus okkum við døminum um ríka manninum í deyðsríkinum. Ein skuldi hildið, at ein maður í hesi ræðuligu støðu fór at rópa eftir frelsu, syndafyrigeving og slíkum, stutt sagt, bjarging og frelsu frá tí, sum var orsøkin til, at hann endaði í glatanini. Men júst hetta biður hann ikki um. Hann biður um tað einasta, sum sálin megnar at biðja um. Ein dropa av tí sum hann hevur havt lív sítt á foldum í. Orð Jesusar í Matt. 16,26 geva okkum røttu myndina av hesum: "Tí hvat gagnar tað manni, um hann vinnur allan heimin, men má bøta afturfyri við sál síni.? "Sál síni" er í veruleikanum ein hebraisk vending, ið er komin inn í hin grikska tekstin, við tað at Matteus Evangeliið av fyrstan tíð varð skrivað á arameiskum. Vendingin, "at bøta við sál síni", merkir "at missa seg sjálvan" Tað er ein lýsing av, at øll persónmenskan er farin fyri skeytið. Tað sigur okkum, hvat glatan í veruleikanum er. At hava lív sítt og áhuga sín í teimum lutum, sum hoyra hesum heimi til, má enda galið. Menniskjaliga sæð kunnu tað vera góð ting, ið fylla sálina: List, bókmentir, mannaheimsspeki og annað, sum í hesum heimi verður nevnt andslív. Men tað er minni enn so nøkur sjálvfylgja, at hesi hava nakað við Gud at gera. Fyri Gudi og tí, sum hoyrir sálini til, er hetta fremmant. So endar lívið og alt tað, sum hoyrir hesum lívi til, sovæl evnislig sum andalig ting falla burtur. Alt tað, ið gjørdi sálina nøgda, er ikki til longur. Gudi og tí, sum hoyrir heimi hansara til, hevur ein ikki so mikið sum fyritreyt fyri at spyrja eftir. Tá er ein komin inn í sjálvt Helviti. Tað er hetta Jesus vil frelsa okkum frá! Viðurskiftini hjá Lazarussi vóru beint tey øvugtu. Hann hevði kent til tað ónda í sinum foldarlívi. Fyrst av øllum var tað fátækradømið og sjúkan. Men sál hansara kundi ikki laga seg eftir jarðiskum lutum. Kortini hevði Lazarus havt eitt ríkidømi. Tað skilja vit, tá vit hyggja at endanum á líknilsinum. Lazarus hevur hoyrt um lógina og profetarnar. Guds orð. Hann hoyrdi heima í tí heimi, har Guds orð er. Tað var har, hann hevði sítt "góða". Menniskjaliga sá tað út sum ein vanlukka. Og framhaldandi sær tað soleiðis út fyri menniskjum í dag. Sum kristin koma vit í andstøðu til heimin. Tað hevur Jesus sagt við greiðum orðum. "Vóru tit av heiminum, tá hevði heimurin elskað sítt egna. Men av tí at tit ikki eru av heiminum, men eg havi útvalt tykkum úr heiminum, tess vegna hatar heimurin tykkum." Jóh. 15,19). Í Jóh. 16,33 sigur Jesus: "I heiminum hava tit 3
trongd; men havið gott treyst, eg havi vunnið sigur av heiminum." Vit skulu eisini í hesum samanhangi taka orð Jesusar í høvuðsprestabønini Jóh. 17,14 við. Har sigur Jesus í bøn síni til Faðirin: "Eg havi givið teimum (lærusveinunum) orð títt, og heimurin hatar teir, av tí at teir ikki eru av heiminum, eins og eg ikki eri av heiminum." Hetta er galdandi fyri øll trúgvandi, sum taka ímóti orðinum, sum Jesus gevur okkum í gleðiboðskapinum. Av hesi orsøk vil Jesus ikki taka okkum út úr heiminum, sum hann eisini sigur í hesi bøn (V.15) "Ikki biði eg, at tú skalt taka teir burtur úr heiminum, men at tú skalt varðveita teir frá tí illa." Jesus hevur tørv á sinum trúgvandi í hesum heimi. Tey skulu bera frelsuverk hansara til menniskjuni, so tey kunnu hoyra um hann og verða frelst. Men tað slepst ikki undan, at jú meira Guds orð fær loyvi at seta sín dám á okkum, meira gerast vit fremmand og útlendingar fyri medmenniskjum okkara, hóast tað er ætlan Guds, at vit skulu vera ljós í heiminum, og at tey skulu takka fyri okkum, tá tey síggja góðgerðir okkara. Sum kristin verða vit staðiliga ávarað ímóti at elska heimin og teir lutir, sum eru í honum. Sí, til dømis, 1. Jóh. 2,15 ff. "Elskið ikki heimin, ikki heldur teir lutir, sum eru í heiminum. Um einhvør elskar heimin, tá er faðirsins kærleiki ikki í honum. Tí alt tað, sum er í heiminum, holdsins lyst (tað vil siga, lystir hjá gamla menniskjanum) og eygnanna lyst og lívsins dramblæti (tað vil siga, eitt høgt livistøði - júst tað, sum sermerkti tann ríka mannin), tað er ikki frá Faðirinum, men frá heiminum. Og heimurin fer til grundar og lyst hansara." Tað einasta, ið er - og kann vera hitt "góða" fyri tann, sum trýr á Jesus, er Harrin sjálvur, sum Dávid vitnar um: "Eg havi ikki annað góða enn teg." Tað sama síggja vit í sálmi 73,25: "Hvønn annan havi eg í hesum heimi, bert eg eri hjá tær, leggi eg einki í heimin!" Vit kunnu tískil savna allan hugsunarháttin í líknilsinum í hesi orð Jesusar: "Tí at tann, ið vil bjarga lívi sínum, skal missa tað; men tann, ið missir lív sítt fyri mínar sakir, skal finna tað (Matt. 16,25). Suni Jacobsen umsett Nýggir haldarar Fært tú nakað burturúr blaðnum? Og kennir tú onkran, ið eisini kundi fingið ágóða av tí? So er tú vælkomin at vísa teimum blaðið og bjóða teimum at halda tað. Tað er eisini møguligt at fáa fleiri bløð sendandi frá okkum at vísa øðrum. Send teldupost til: kmf@kmf.fo ella post: KMF Purkugerði 7 100 Tórshavn Navn: Bústaður: Postnr. og bygd/býur: 4
Andakt Sálmur 124 Ein pílagrímsferðarsongur av Dávidi. Um ikki Harrin hevði við okkum verið, soleiðis Ísrael sigi! Um ikki Harrin við okkum verið, tá menniskjur reistust mót okkum, so høvdu tær okkum livandi etið, tá vreiði teirra birtist mót okkum, so høvdu aldurnar skolað okkum burtur, flóðin var farin upp um vára sál; teir óføru sjógvar. Lov fái Harrin, ið ei gav okkum upp sum bráð fyri tonnum teirra! Sál vár rætt sum fuglurin slapp úr fuglamansins snerru. Snerran fór sundur, og sloppin vit vóru. Í Harrans navni er okkum hjálp, skapara himmals og jarðar. Hvussu duga vit betur at minna hvør annan á, at Guð er við okkum? Dávid sigur frá fleiri hendingum, har Guðs fólk hevur verið í vanda, og har fíggindar hava verið teimum ímóti. Tað var ein bangin sál, sum varð bjargað úr stórum vanda. Sálmurin sigur einki um, hvussu sterkt og djarvt Ísraels fólk var, men at tað er í navni Harrans, hann sum hevur skapað himmal og jørð, sum hjálpir okkum. Tað er hjá honum, vit finna hjálp og styrki. Hetta kunnu vit eisini lesa um í Rómverjabrævinum 8,31: Er Guð við okkum, hvør er tá ímóti okkum? Paulus er eins og Dávid greiður um, at vit kunnu uppliva bæði hungur, forfylging, nakni, vandar og svørð í lívi okkara. Men Paulus leggur eisini dent á, at við Guði sigra vit, hann sum hevur elskað okkum. Einki í hesum heimi, hvørki stórar aldur, óførir sjógvar ella snerrur kunnu skilja okkum frá Guðs kærleika í Kristi Jesusi, Harra okkara. Takka Guði fyri, at hann altíð er við tær. Eisini tá tú óttast og stúrir. Týtt Sólvá Syderrbø 5
Nr. 5 August 2016 69. árið Gud elskar teg Eg var á veg til arbeiðis og súkklaði gøgnum eitt vakurt landslag, frá Kjelsås til miðbýin í Oslo. Meðan eg súkklaði, kom eg at hugsa um, hvussu góður Gud hevur verið móti mær. Eitt orð frá Jesaja profeti kom til mín: Av tí at tú ert mær dýrmætur, mikilsverdur og kærur og eg elski teg. (Jes. 43,4) Eg elski teg. Tað er Gud, sum sigur hetta. Tað bleiv so stórt fyri mær. Eg var eitt Guds barn. Syndir mínar eru fyrigivnar fyri Jesu skuld. Longur frammi í sama kapitli lesa vit: Tú plágaði meg við syndum tínum og møddi meg við misbrotum tínum. Eg, eina strikið út misgerðir tínar vegna mín sjálvs og minnist ikki syndir tínar. Eg kendi meg lukkuligan. Betri kundi eg ikki fáa tað. Gleðin var ovurstór. Tárini runnu. Einar tú ert tað eydnuríkasta menniskja sum finst. Fyrigivin elskaður. Eg kom inn á ein veg við nógvari ferðslu. Einastaðni, sat ein maður við vegjaðaran og roykti. Ongin óvanlig sjón. Eg súkklaði víðari. Men komin nakað ávegis, kendi eg á mær, at eg skuldi venda við aftur og siga við mannin, at Gud elskaði hann. Ja, men havi eg tíð til tað? Eg skal vera á arbeiðsplássinum um 10 min. Jú eg klári tað Maðurin hevði reist seg, tá eg kom. Nú mátti eg siga honum, hví eg vendi aftur. Tú heldur meg nokk vera undarligan, men tá eg súkklaði heimanífrá, bleiv tað so stórt fyri mær, at eg fái loyvi at trúgva, at eg eri eitt Guds barn. Tá eg súkklaði framvið, har sum tú sat, var tað eins og jesus segði við meg, at eg skuldi venda við aftur og siga at hann elskar teg. Meira havi eg ikki at siga. Maðurin smíltist. Jú eg skilji væl, hví tú skuldi siga mær hetta. Eg eri nýliga komin úr fongslinum. Har fingu vit vitjan av einum manni sum segði, at eg átti at venda um. Tað vil eg fegin. Eg vil trúgva á Gud. Takk fyri at tú vendi aftur at siga mær hetta. Eg skal biðja fyri tær, segði eg. Trúgv á Jesus og hann vil leiða teg gøgnum lívið. Síðani skiltust vit. Hann fór glaður heim. Ein stutt samrøða, men rík og gevandi. Hetta var Guds verk. Einar Bryn Lea Juul umsetti. 6
Fællesbrev nr. 131 2016 Småt og stort Efter 12 år er der mange, mange små ting, der skal ordnes og på plads, så det er den sidste måned gået med ind imellem de store ting i jordisk sammenhæng såsom besøg af Doris og Lina, tur til Zanzibar og afskedsfest på Soma Biblia i Dar for Robert og Lisbeth Refslund-Nørgaard og os selv d. 1/7. Blandt de store ting kommer de større som vores sjette barnebarn, Petra Helene, der blev født d. 27/6 (datter af Thomas og Kristine). Og i alt stort og småt lever vi i og af det største: Evangeliet. Det er storslået Det var storslået at se kunstudstillinger og udøvende kunstnere sammen med Doris og Lina, og måske især at se et sted i Arusha, hvor handicappede lavede kunstværk, så de kunne tjene til livets ophold fremfor at tigge, som en del gør. Arusha National Park er overset, men kan varmt anbefales. Efter afskedsmiddag med Emma d. 12/6, drog vi dagen efter først til Moshi, hvor vi på vejen passerede en polsk kirkegård, hvor 150 lå begravet. 5000 flygtninge fra Polen var i forbindelse med 2. verdenskrig endt uden for Arusha. En del var rejst videre derfra til f.eks. Australien, USA og Canada, men nogle var også blevet og den sidste tilbageblevne blev begravet i 2015. Siden gik turen til Bagamoyo (hovedcentret på østkysten i gamle dage, før tyskerne flyttede administrationen til Dar es Salaam). Teologi er der alle steder, og på LM s gæstehus i Dar, hvor vi er de sidste dage, står der klart og tydeligt: Par, som ikke er gift, kan ikke overnatte på samme værelse. Det var forventeligt, men det var lidt en overraskelse, at det europæiske/amerikanske etiske sammenbrud, allerede havde resulteret i, at der på gæstehuset i Bagamoyo klart og tydeligt stod: To af samme køn må ikke bo på samme værelse. At de så også kunne lytte, bedømme og skelne, viste sig ved, at Doris, som er ældre end os og Lina, vores datter fik lov til at bo på samme værelse. De sidste 4 dage blev tilbragt i Dar es Salaam, og vi var forbi for at hilse på og sige farvel til Petro Pauli Mayige, der er en dygtig keramiker og skulptør. Vi fik lige et par afskedsgaver med, da han vidste, at vi snart drog til Danmark. Det var stort gjort af ham. Efter Doris og Linas afrejse gik turen til Zanzibar. Jo, det er storslået Der kaldes fra minareterne. Der er mange. Et væld af stemmer høres. Og hver eftermiddag rungede en længere prædiken fra en af de nærliggende minareter. Ind i dette mylder lød Angulus (= 3x3 klokkeslag, der her blev efterfulgt af ni enkeltslag i rap) fra den anglikanske domkirkes klokke. Vi boede i kirkens gæstehus, hvor der flere gange i timen var rundvisning i kælderen, fordi slaverne blev samlet dér inden auktionen og udskibningen til arabiske lande. Det nuværende gæstehus har uden tvivl set både bedre og værre dage. Men historisk af bo i det gamle missionshospital, tæller vel lidt. En af bygningerne ved kirken, havde tidligere været skole drevet af den anglikanske kirke, nu af regeringen. Ingen tvivl om at hovedparten (alle?) eleverne var muslimer, men det havde ikke medført et krav om, at det indbyggede kors over hovedindgangen skulle væk. Politisk korrekthed er ikke alle steder 7
det samme som i nogle af de trosforskrækkede nordiske lande. En canadisk anglikansk præst, der tidligere havde arbejdet som missionær i Zambia, havde været til 50 års jubilæum på fastlandet, og biskoppen på Zanzibar havde inviteret ham til Zanzibar, så han havde lige 1 ½ dag på øen og vi spiste morgenmad sammen. Glæden over at deltage i jubilæet var iblandet en utvetydig sorg over det teologiske forfald. Først det kønsløse prædikenembede også i dele af den anglikanske kirke i Afrika og siden, som en logisk konsekvens af denne tænkning, det kønsløse ægteskab. Og så kendte han mange, der vidste bedre, men som tav. Hans sorg var åbenlys. Og så rejser man 8000 km, skuffes dybt, men møder på et lidt faldefærdigt gæstehus i Stone Town, nogle der deler samme sorg. Fælles i sorg kan også kaldes opmuntring. Er der demokrati på Zanzibar? Ja, bådebyggeren på stranden og én af de mange butiksindehavere, der blev taget en snak med, mente: Nej. Men de hørte så heller ikke lige til det regerende parti CCM. Én mente, at CCM ikke var problemet, men den fælles regering på fastlandet, der ikke lod demokratiet udfolde sig på Zanzibar. Vi kan lytte, og lader de lokale forsætte drøftelsen og tage de politiske konsekvenser. Kommentar fra Anne-Lene: Peter har utal af T-shirts, hvorpå der står Yesu anakupenda, både foran og bagpå. På dansk betyder teksten Jesus elsker dig. Disse T-shirts har været hans uniform og varemærke i årevis. Jeg var spændt på om han ville blive generet, antastet eller dét, der var værre, når han så åbenlyst gik rundt med dem på Zanzibar, hvor 90 % er muslimer, 8 % kristne og 2 % hinduer if. en lokal guide. Men han fortæller videre her: Så var det langt mere spændende med alle dem på det muslimske Zanzibar, der hele tiden fortalte os, at vi var elsket af Jesus. For ikke at tale om alle dem, der glad kom og bekendte: Jeg er også kristen. Jeg elsker også Jesus. Og hvor vi hurtigt kunne blive enige om, at det vigtigste var, at Jesus elskede os! Det er dét, der holder. Nu kan vi jo ikke se folks tanker, men gang på gang var det en muslim, der fortalte os: Jesus elsker dig (Yesu anakupenda). Og mange gange udviklede det sig til en længere samtale. Der var kun én undtagelse: Det var en ældre mand iført en traditionel klædedragt, mest brugt af muslimer, der sad uden for en moske. Der var en historisk inskription på moskeen, der skulle studeres, og der udspandt sig en længere samtale. På et tidspunkt lød det anklagende: Dette er muslimsk område, hvordan kan du komme her med en T-shirt, der siger: Jesus elsker dig. Var der konflikt i luften? Ja, måske, men han kunne godt høre, at en muslim ikke behøvede at skifte klædedragt for at se en kirke i Danmark, uden at det skulle ses som manglende respekt for kirken, og ligesom han forkyndte ved sin klædedragt, sådan var kristne fri til at forkynde via deres påklædning. Så vi fik alt andet lige en god snak. Gud giver os mange gunstige øjeblikke. Mange historiske steder blev besøgt og megen historie indåndet, men det kunne blive en hel bog, så det må ligge her. For Gud er småt stort Det er titlen på en bog oversat til færøsk. Og Gud bruger alle de små ting til at bringe det største ud. En traktat. En T-shirt. En gravsten 8
med en kristen inskription. Gud bruger skrøbelige mennesker til at bringe dét, der står fast under alle forhold. Kærlig hilsen og Guds fred Anne-Lene og Peter Doris og Lina på værkstedet for handikappede Doris, Lina og Anne-Lene på den polske kirkegård sammen med `graveren` 9
Nr. 5 August 2016 69. árið Fra den tyske kirkegård på Zanzibar Den tidligere anglikanske skole nu regeringsskole- med korset Del af kirkegården på gravøen Fra gravøen udenfor Zanzibar: inskription: If thou shouldst call mee resign what I most Prize, it ne er was mine ; I only yeld thee what Is thine; thy will be done. (vers fra salme) 10
Mítt allarbesta Asbjørn Kvalbein helt eina andakt á Visjon Norge í sendingini I Pottemakerens Hus, har hann segði nakað soleiðis: Ein bispur í metodistakirkjuni læt ongantíð høvi gleppa sær av hondum at siga eitt orð um Jesus, tá ið hann kom í prát við fólk. Ein dagin fór hann til hárskeran at klippa sær. Har var nógv fólk og nógv prát inni. Tá ið hárskerin fór undir at klippa bispi, segði bispur: Nú, Harry, hvussu koma Jesus og tú út av tí, hvussu sampakka tit báðir? Á, eg geri mítt allarbesta, og tað eri eg nøgdur við! Bispur segði ikki meira; men tá ið hárskerin var liðugur at klippa honum, reistist bispur og segði: Harry, eg haldi, at tú sært so móður út. Set teg niður í ein stól og hvíl teg, meðan tú drekkur eina cola, so skal eg klippa næsta viðskiftafólkinum fyri teg! Nei, tað fer ikki at bera til, svaraði Harry. Ja, men eg skal gera mítt allarbesta, svaraði bispur. Títt allarbesta røkkur ikki til, mínir kundar verða ikki nøgdir við tað. Ja, men soleiðis er tað við Jesusi eisini. Okkara allarbesta røkkur ikki til, tí okkara rættvísi er sum eitt skitið plagg. Eingin er rættvísur, tað vil siga, ger tað rætta. (Róm. 3,10) Men tá ið vit trúgva á Jesus og bjóða honum inn í okkara hjarta, so verða vit frelst og rættvísgjørd fyri einki. Hvør tann, sum trýr, verður rættvísgjørdur í honum. (Áps. 13,39) Tað er ein gáva, sum vit fáa frá honum, sjálv megna vit einki, alt er ein stór náði, sum vit mugu takka so hjartaliga fyri. Effie Campbell. 11
Eini boð frá Gudi Ein gomul trúgvandi kona segði mær frá hesum: Sonur mín las niðri á universitetinum. So skuldi hann koma heim til Føroya eitt skifti. Eg sendi honum pengar fyri ferðaseðilin. Beint eftir hetta verði eg sterkt ámint um at senda honum 200 kr í einum brævbjálva. Eg skúgvaði hetta burtur frá mær, tí eg hevði júst sent honum pengar. Men eg fekk ikki frið fyri hesum, eg slapp ikki burtur úr hesum tonkunum, og tí gjørdi eg eftir hesi áminningini. Nakrar dagar seinni kom sonurin heim. Hann gav sær ikki stundir at siga góðan dag, tá ið hann fetaði eftir køksgólvinum og fall mær um hálsin og segði: Sum tað var gott, mamma, at tú sendi mær hasar 200 krónurnar! Síðani greiddi hann frá, at hann hevði borið ymiskt út í tún, og úthurðin hevði staðið opin, men brádliga smekkar hon í, og har stendur hann og fekk ikki útvegað sær nakran lykil. So mátti hann fara til lásasmiðin, og tað kostaði 200 kr. Ja, so gjølla fylgir Harrin við. Effie Campbell. 12
Sorgin so stór Asbjørn Kvalbein segði nakað soleiðis í einari andakt: Størsta sorgin hjá foreldrum man vera hon, tá ið tannáringarnir vísa kærleikan hjá foreldrunum frá sær, kvetta við tey og fara út í hitt villa lívið. Ein pápi segði soleiðis: Tað er so langt síðani, at sonurin rýmdi heimanífrá, so nú kenni eg hann ikki longur! Ein annar pápi segði: Eg fór inn á kamarið hjá soni mínum. Beinanvegin eg læt hurðina upp, slerdi alkoholdeymurin ímóti mær. Sonurin lá fráfallin í songini, men niðri við songarstokkin lá mamma hansara á knæ. Hon lá og kíndi honum um hárið. So vendi hon sær við táravátum eygum móti mær og segði: Hetta er einastu ferð, at eg sleppi at vera góð við hann. Tá ið hann er edrúur, vil hann ikki, at eg skal nærkast honum. Ein prestur hevði eisini ta sorg, at annar sonurin fór út í villa lívið. Hurðin til barnaheimið stóð altíð opin fyri dreinginum. Ferð eftir ferð fyrigav pápin honum og stóð við opnum ørmum og tók ímóti honum. Hin sonurin í húsinum segði ein dagin argur við pápa sín: Var hatta sonur mín, so syfti eg hann út! Ja, tað hevði eg eisini gjørt. Men nú er hatta ikki sonur tín. Hatta er sonur mín! Gud hevur eisini stóra sorg í hjarta sínum um síni burturvilstu børn. Nógvir synir og nógvar døtur hansara eru burturvilst. Hvussu langt er tað síðani, at tú hevur havt samband við tín himmalska Faðir? Honum leingist at hoyra frá tær. Sum ein faðir er mildur móti børnum sínum, so er Harrin mildur mót teim, ið hann óttast. (Sálm. 103,13) Tann, sum kemur til mín, vil eg als ikki reka burtur. (Jóh. 6,37) Eg skal als ikki sleppa tær og á ongum sinni fara frá tær. Hebr. 13,5. Um tú søkir Harran, vil hann lata teg finna seg. (1. Krýn. 28,9) Effie Campbell. 13
Tað er styrki í at vera vinaligur Verið... hjartans blíðir hvør við annan! Róm. 12,10 Æsop skrivaði eina søgu, har vindurin og sólin kjakaðust um, hvør teirra var sterkast. Vindurin spurdi: Sært tú handa gamla mannin har niðri? Eg kann skjótari fáa frakkan av honum, enn tú kanst. Sólin tók ímóti avbjóðingini, og fór aftan fyri eitt skýggj, meðan vindurin øtlaði til storm. Men jú meira vindurin blásti, jú fastari ballaði ferðamaðurin seg inn í frakkan. At enda gavst vindurin, og sólin kom fram og smíltist blídliga til hin gamla mannin. Ikki vardi leingi, so turkaði hann sveittan av pannuni, læt seg úr frakkanum og helt fram við ferðini. Sólin kendi loyndarmálið: Hiti, blídni og eitt milt samband eru altíð meir úrslitagóð enn makt og øði. Kærleikin er langmóðigur, hann er góðviljaður. 1. Kor. 13,4. Sonn stórmenni skilja, hvussu nógv styrki liggur í at vera blídligur. Einaferð, tá ið Abraham Lincoln hevði døgurðagestir í Hvítu Húsunum, var tað ein av gestunum, sum blásti á kaffi og stoytti tað upp í skálina og drakk beinleiðis úr henni. Tú kanst ímynda tær, at nakrar av teimum fínu damunum og harrunum, sum sótu nær við, gjørdust skelkað, og eina lítla løtu var pínlig tøgn. So stoytti Lincoln sítt kaffi upp í skálina, og restina av kvøldinum drakk hann úr henni. Og veitst tú hvat? Allir gestirnir fóru so at gera tað sama! Ein lítil blídlig gerð bjargaði einum gesti í Hvítu Húsunum burtur úr einum øgiligum trupulleika. Lat hesa einfaldu, men gjøgnumhugsaðu vinargerð frá einum av størstu forsetunum í USA, minna okkum á, hvussu stóran týdning tað hevur at vísa eitt fyridømi um blíðskap. Tað er væl møguligt, at tú ongantíð hevur hoyrt um Stephen Grellet, ein franskur kvekari, sum doyði í 1855. Hann hevði helst verið púra ókendur, um tað ikki var fyri nakrar fáar ódeyðiligar reglur, sum nokk altíð fara at verða minstar: Eg fari bara at ganga gjøgnum hesa verð eina ferð. Lat meg tí nú beinanvegin vísa øllum menniskjum allan tann blíðskap, eg kann. Lat meg ikki bíða við ella vanrøkja hesa avgerð, tí her komi eg ikki aftur. Hvør dagur hevur okkurt til felags við tann komandi. Báðir geva møguleikar at vísa blíðskap, og um hesin møguleikin ikki verður brúktur, kanst tú koma at angra tað so sáran. Yrkjarin C. R. Gibson skrivaði: Eg havi grátið um náttina um mítt stuttskygni um, at eg havi verið blindur fyri tørvin hjá øðrum. Men eg havi ongantíð kent hina minstu pínu, av tí at eg havi verið eitt pinkalítið sindur ov blíður.... et Ord til Dagen Effie Campbell umsetti. 14
Oysið Amazonáin er næstlongsta á í heiminum. Hon er 6500 km long. Hon kemur upp høgt uppi í Andesfjøllunum og rennur so eystureftir tvørtur ígjøgnum Suðuramerika. Alt meðan hon rennur gjøgnum frumskógin í Brasilia breiðkast hon, og tá hon so at enda rennur út í Atlandshavið, førir hon so nógv feskt vatn út í havið, at tað ber til at drekka úr sjónum nógvar km til havs. Fyri nógvum árum síðani fór eitt seglskip úr Europa til Suðuramerika, men orsakað av veðrið og øðrum trupulleikum, tók ferðin so langa tíð, at tað feska vatnið gekk undan, áðrenn tað náddi havn. Til alla lukku kom eitt annað skip framvið. Nú var vón fyri framman. Signalflaggið var vundið á stong við boðunum um, at teir vóru um at doyggja, tí teir ikki høvdu feskt vatn. Svarið teir fingu frá hinum skipinum var : Tað er vatn allastaðni rundan um tykkum, oysið og drekkið! Manningin visti ikki, um hon skuldi tora at trúgva hesum, tí hon visti ikki av, at hon sigldi í feskum vatnið, sum var runnið út í havið úr Amazonánni, og at sjógvurin tí ikki var saltur. Men hon 15
var noydd at trúgva hesum góðu tíðindum og oysa, tí annars var deyðin vísur. Jesus sigur: Eg eri lívsins vatn? Tað eru ikki øll, sum vita, at tað ikki er neyðugt at ganga runt og vera tystur. Onkur má fortelja teimum, at Jesus biður eisini tey koma til sín at drekka, so at tey aldri aftur skulu kenna tosta. Latum okkum lurta eftir, hvat Jesus sigur og taka ímóti orði hansara. Tann, sum trýr á Jesus, hevur ævigt Leystliga umsett Petra Gregersen Útgevari Heimasíða: www.kmf.fo Kirkjuligt Missiónsblað Kirkjuliga Missiónsfelagið Ábyrgd: Kristian Thorleifsson kemur út 8 ferðir um árið Purkugerði 7 tel: 212856 (februar, mars, mei, juni, august Fo- 100 Tórshavn Prent: KMF september, november og desember t- postur: kmf@kmf.fo Konta: 9181-495.337.3 Haldaragjald: kr. 200,00 16