Nr. 6 sep. 2011 64. árið Kirkjuligt Missiónsblað BØNARLÍV Í Jóh. 2,1-11 læra vit nógv av Mariu um bøn. Maria fer beina leið til Jesus við síni bøn. Hon sigur Jesusi frá, hvat vertsfamiljuni tørvar. Bøn er hetta heilt einfalda at siga Jesusi, hvat mær tørvar. Og forbøn er at siga Jesusi, hvat øðrum tørva. Men Jesus svarar henni ógvuliga hart aftur. Hann sigur: Kvinna, hvat vilt tú mær? Enn er ikki mín tími komin. Hvussu skulu vit skilja hetta? Syndar Jesus móti mammu síni? Missir hann tamarhaldið? Nei, vit læra, at Jesus er uttan synd, og tí mugu vit finna orsøkina til Jesu orð aðra staðni. Eg haldi, at orsøkin er, at Jesus verður freistaður til at loysa trupulleikan sjálvur. Jesus kann ikki gera nakað av sær sjálvum, uttan at hann sær
Faðirin gera tað (Jóh. 5,19). Kanska er hann freistaður til at gera nakað, sum Faðirin ikki biður hann gera. Jesus má bíða, til Faðirin vil uppfylla bønina. Jesus er freistaður til at uppfylla bønina, áðrenn løtan er komin til tess. Tí sigur hann, sum hann ger hann verður freistaður av tí, mamman sigur. Men gjøgnum hetta síggja vit, hvussu eitt fyrimyndarligt bønarlív sær út. Maria veit, at Jesus hevur grund til at svara, sum hann ger. Kanska skilir hon ikki, hví Jesus sigur, sum hann ger, men vit fáa onga ábending um, at hun er misnøgd ella gremur seg. Hon lítur á Jesus. Eisini síggja vit, at hon framvegis er sannførd um, at Jesus vil svara hennara bøn. Hon er so sannførd, at hon beinanvegin sigur við ANDAKT Jóh.12,27: Nú er sál mín full av angist, og hvat skal eg siga? Faðir, bjarga mær frá hesum tíma! Nei, til tess eri eg komin at hesum tíma. Her hoyra vit Jesus í djúpastu sálarangist tala um tann tíma, tá ið menniskjusonurin skuldi verða dýrmettur. Tíman sum alt Jesu lív var vent ímóti, sum hann var komin til og sum var tímin Faðirin sjálvur hevði ásett í sínum ráði, tíman tá Gud skuldi ofra sín einborna son á krossinum. Jesus er eitt við Skriftina og Jesus er andi profetadómsins(op.19,10) tí kendi hann skriftirnar - Gamla Testamentiuttanat. Hann visti hvat tær profeteraðu um Jesu líðing deyða og uppreisn tí sjálvur var hann við anda sínum í profetunum og vísti teimun á líðingar Krists. Tí visti Jesus væl hvat Móses hevði sagt um hendan tíman: Men tá ið mín tími er komin, vil eg endurgjalda teimum syndir teirra (2Mós.32,34). Nú er tann tímin komin, tá øll heimsins synd skuldi fáa sítt rætta endurgjald. Tað løn vit høvdu uppiborið fyri syndir okkara, er nú komin so nær Jesus, at hansara sál fyllist av angist. Hesin tímin, sum fær Jesus inn í sítt lívs tungastu sálarkvøl, tí hetta er tímin tá hann verður taldur millum misgerðarmanna, og má hoyra Guðs dóm: Tú skalt gjalda fyri alla heimsins synd. Mínar og tínar syndir eru nú hansara, rætt sum um hann sjálvur hevði gjórt tær. Sum um hann sjálvur var avnoktarin Pætur, sum um hann sjálvur var forfylgjarinn, Gudsbespottarin og yvigangsmaðurinn Paulus, ja sum um hann sjálvur var drápsmaðurin og horkallurin Dávid. Jesus stendur nú í teirra stað, gjørdur til teirra synd. Nú er tímin komin tá hann skal keypa okkum undan banning lógarinnar og prísurinn hann má gjalda er sjálvur at gerast ein forbannaður í Guds eygum og myrkri fylti hansara sál, tað myrkur ein syndari upplivir, tá hann er givin upp til Guds vreiði og dóm. Út úr hesum myrkrið er tað Jesus rópar á krossinum: Guð mín, Guð mín, hví fórt tú frá mær (Mat.27,46). Hetta gjørdi Jesus fyri at tú aldrin skuldi koma at uppliva henda ræðuliga tíma. Og tí er tað nú ein náðitími, nú er frelsa at fá. Gud hevur í Kristi gjørt heimin sáttan við seg, so hann ikki tilroknar teimun misgerðir teirra. Tí stendur nú opið Guds elskandi hjarta, tí finna sydarar nú opnan hans favn. Av tí at Jesus ikki bar seg undan hesum tíma, tá hann sjálvur var gjørdur til synd okkara vegna, tí sýnir Gud kærleika sín til okkara og Tíð og stund til náði er komin (Sál.102,14). Á lat tað eydnast honum at fáa teg nú, meðan tað er tíð og náðistund. Hann vil fegin koma inn til tín við náði og frelsu síni. Hon er nýggj á hvørjum morgni men tað kann gerast ov seint fyri teg. Tí áminna vit og biða í Krists stað: Verði sátt við Guð! (2.Kor.5,20). Sí, nú er tað ein sonn gævustund, sí, nú er tað ein frelsudagur (2.Kor.6,2). Egil K. Joensen 2 Nr. 6 sep. 2011 64. árið
tænararnar, at teir skulu gera júst sum Jesus biður teir. Hvat ið fer at henda, veit hon ikki, men okkurt fer at henda - tað veit hon. Nú er málið litið Jesusi upp í hendur. Umframt hetta mugu vit leggja til merkis, at hon ikki gevur Jesusi boð um, at hann má gera nakað ávíst. Hon biður hann ikki loysa málið, soleiðis sum hon ynskir. Hon kennir Jesus so væl, at hon gevur Jesusi ábyrgdina av, hvat skal henda, nær tað skal henda og hvussu tað skal henda. Hetta mugu vit eisini læra. Hvussu og nær Jesus uppfyllir okkara bøn er upp til hann og ikki til okkum. Hetta mugu vit læra í okkara bønarlívi. Vit hava lyndi til at vera ótolin. Vit hava kanska biðið fyri okkara kæru, sum ikki kenna Jesus, dagliga í mong ár - men vit hava onga broyting sæð. Á henda hátt er skjótt at missa frímóð og gleði í bønarlívinum. Vit biðja og samstundis hava vit eina mynd av, hvussu og nær Gud skal uppfylla okkara bøn. Kanska sær bønarsvarið so lætt út í okkara eygum. Gud átti at gjørt soleiðis og soleiðis ella nýtt hetta ella hetta høvið - men hann ger tað ikki. Okkara kæru eru framvegis burturi frá Jesusi, sjúkan er framvegis har eller fíggjarstøðan er ikki batnað. Vit hava biðið um nógv, sum vit kundu ynskt var øðrvísi. Og hugsa vit um hetta, so er skjótt at falla í fátt. Vit kunnu biðja og biðja, men vit síggja ongan ávøkst. Hví hendir hetta? Er tað tí Gud ikki hoyrir okkara bøn? Nei, Gud hoyrir okkara minsta suff, ja, hann hoyrir okkara bøn, áðrenn vit hava biðið. Men saman við hesum lyftum fylgir lóg - og tað er lógin um, at tað er upp til Gud nær og hvussu hann vil uppfylla okkara bøn. Tað er eina hann harri yvir. Og tað mugu vit læra, um okkara bønarlív skal vera eyðkent av frímóð og gleði. Gud sendir sítt bønarsvar, tá tað gagnar okkum best og ger, at Hann verður dýrmettur. Og júst á henda hátt kunnu tær stundirnar, vit biðja, verða hvíldarstundir. Vit hvíla í, at Gud hin almáttugi hevur loysn, sum er betri, vísari og undurfullari enn nakað, eg kann ímynda mær. Maria hevði neyvan sæð Jesus gjørt vatn til vín áður. Og kanska hevði hon sínar tankar um, hvussu Jesus skuldi loysa trupulleikan við víninum. Men at hann skuldi gera vatn til vín - enntá vín sum var so nógv betri enn hitt fyrra - tað hevði hon helst ikki væntað. Á sama hátt mugu vit lata bønarsvarið vera upp til Gud, tá vit biðja. Og hetta er evangelium. Eg skal ikki sjálvur finna styrki ella vísdóm, so eg sjálvur kann hjálpa til við at fáa eitt bønarsvar. Eg skal ikki gera helvtina, og so Gud gera tað, sum eg ikki megni sjálvur. Nei, sum Maria mugu vit fara til Jesus við okkara neyð. Vit mugu opna upp fyri honum, so hann kann sleppa inn og hjálpa. Í Jesu navni er hjálp at fáa. Við trúgv á hann, eru vit vorðin Guds elskaðu børn, og bæði okkara lív her á jørð og okkara æviga lív er í Guds sterku hond! Silas K.K. Olofson 3
Fællesbrev nr. 76 Sumbawanga d. 11/8-2011 Anne-Lene og Peter Olofson skriva Kære alle Så går det løs igen på lørdag, hvor de studerende skal ankomme. Men det er ikke fordi, der ikke er sket noget hen over sommeren. Der sker hele tiden noget. I dag var det en kortslutning i el-måleren udenfor med mange flammer, så vi er lidt spændt på, hvornår vi får strøm igen. Heldigvis holdt det sig til måleren. For en uges tid siden fik vi besøg af et lidt udsædvanligt dyr det er ikke almindeligt i byen en genetta, common genet (engelsk) eller kanu på swahili. Anne-Lene opdagede den på toppen af vores hytte, kom ind og kaldte, og da vi kom ud, var den ikke længere på toppen af hytten, men havde forsøgt at slippe væk, og det havde kostet den livet. Hundene havde dræbt den. Det er et lille dyr på 2-3 kg med leopard-lignende pletter og en lang hale med 9-10 mørke ringe. Flot og nu er den ved at blive udstoppet. Vi kom godt til Dar, fik ordnet lægebesøg og indkøb, var med til opbyggeligt møde på Soma Biblia i Dar, og så landede Anne-Lenes niecer, Mathilde og Agnethe, sent om aftenen d. 6/ 7. Dagen efter blev det til museums-besøg (de to nationalmuseer), og aftensmad på havnefronten ved Slip-way. Turen tog vi sammen med Laura og Amalie, to danske piger vi Ordinanderne med deres hustruer bag ved. De får overrakt et lys, da de skal være lys i deres tjeneste. Lidt trækul med hjem til de ansatte. De sparer ca. 14.000 shilling pr sæk ca 49 kr. 4 Nr. 6 sep. 2011 64. árið
Kirkjuligt Missiónsblað mødte om formiddagen på nationalmuseet. De skulle til Zanzibar i sommerferien og arbejde som volontører blandt børn. Dagen efter tog Peter og Anne-Lenes niecer til Bagamoyo, nord for Dar, og så blandt andet slavemuseet, m.v. Og så blev det til indkøb på det sorte marked om lørdagen. Det er måske godt, at vi ikke bor i Dar, da bilen, udover bøger, kitenge (tøjstykker med Brødremenighedens logo på), havregryn, m.v. også blev fyldt med ler-figurer, tinga-tinga malerier og udskårne træting. Efter gudstjeneste om søndagen i den internationale kirke (så kunne alle forstå, hvad der blev sagt), drog vi mod Iringa, og havde som sædvanligt fornøjelsen af at se dyr i Mikumi national-park, som vejen går igennem. Om mandagen tog Peter til stenalderstedet uden for Iringa, Isimila, sammen med Mathilde og Agnethe og vi så også de fantastiske flotte formationer vandet har lavet i naturen. Siden besøgte vi en engelsk/tysk krigskirkegaard i Iringa, og der skulle man blot ringe til Nairobi i Kenya, så fik man koden til låsen og kunne komme ind. Fantastisk verden. Det virkede. Siden gik turen mod Mbeya og videre til Matema (Malawi-søen), hvor vi nød i fulde drag at kunne slappe lidt af, selvom bølgerne gik højt på søen. På vejen ned til søen og tilbage til Mbeya igen fik vi så besteget kratersøen (lake Ngozi), set Kaparogwe falls, hvor man kan gå ind bag vandfaldet og nyde udsigten, og Guds bro. Søndag morgen gik turen så til Sumbawanga med en enkelt afstikker til den største meteor-sten i Tanzania, der vejer 12 tons. Søndag aften var vi hjemme og så tog vi tre dage i Sumbawanga, hvor vi lige skulle have samlet op, til stabsmøde, interviewes af Lisa fra Holland, der kom til spisning, og på nogle kortere ture i området her. Torsdag stak Peter og niecerne afsted igen til nationalparken Katavi, et par hundrede kilometer nord for Sumbawanga, og jo, vi fik set mange, mange dyr, og et fantastisk landskab. Jo, også løver - klods op ad bilen. Det er et fantastisk skaberværk, vi lever i. Eneste gebrækkelighed var, at de to gæstehuse ved floden med de mange flodheste begge var fyldt op. Det har vi ikke oplevet før. I stedet for at tage til den nærliggende store by, fik vi så to telte. Men da der kun var madras til pigernes telt og tæpper til dem og Peters telt var blevet rejst oven på en masse sten i græsplænen, så blev det en meget kold nat på et meget hårdt og ubekvemt leje. Megen søvn blev det ikke til. Næste dag kunne han dog få en rigtig seng. Søndag var vi til gudstjeneste i den lokale kirke i Sumbawanga og Flodheste i farvandet Flot er dyret Der skal også være tid til at dase Der skal handles på det sorte marked 5
om mandagen gik turen så til Dar med et MAFfly for gæsternes vedkommende. En herlig ferie sammen. Så var det tid til at forberede undervisning, sy flere gardiner til klasselokalerne for Anne-Lenes vedkommende og skrive bibeltimer til den kommende missionærkonference i oktober for Peters vedkommende, og få en snak med Maria fra Danmark, der var ude for at inspicere børnehjemmet Bethanias arbejde. Og så var der lige Morten, hvis forældre havde været missionærer i Sumbawanga fra 1993 til 2000, der lejede en bil fra Iringa med chauffør, så han lige kunne nå at være i Sumbawanga en enkelt dag og genopleve sin barndom. Han kom lørdag aften og tog med Peter til ordination søndag morgen, og siden var han nogle timer sammen med Josef fra Bethania, inden han kørte tidlig mandag morgen igen. 2 yngre mænd blev ordineret til diakoner (første ordination i Brødremenigheden) og 4 til presbytere (ældste, anden ordination). Og bedst som vi sad der, så var det Peters tur til at være en af læserne, men det havde de ikke fortalt på forhånd Siden nåede vi, Anne-Lene og Peter, sammen med Morten kort at være med til de tre ordinationsfester, vi var inviteret til. Bogbutikken blev fyldt op, da vi kom fra Dar, men der skulle også lige komme for næsten 9 millioner shilling Bibler fra Dodoma. Og det gjorde der. Så nu er der både til de studerende og hvem der ellers kigger forbi, og dem, der kommer for at købe ind med henblik på videresalg i landsbyerne. Og så er der alle dem, der kommer til bilen for at købe, uanset hvor vi næsten befinder os, fordi der står Soma Biblia på bilen. Selv i Katavi blev der solgt en Bibel. Ordet bliver spredt. Men det er så også med til at forøge den livlige trafik, der er i huset. 15 besøg i alle mulige anledninger nåede vi op på sidste lørdag og det var så mens englene sang for Peter, da han havde reddet sig ordentlig omgang malaria, m.v. og lægen havde sat ham på en kinin-kur, der som bivirkning giver susen for ørerne. Det er en særlig oplevelse at prøve en sådan kur. I mandags blev det til endnu et dansker-besøg, da Karoline, der tidligere har været volontør på Bethania, kom forbi sammen med Mia, for at hilse på. På stabsmødet i tirsdags skulle vi så have lavet en lille omrokering, da vi har fået tildelt 1 ½ lærer mere. Og da forstanderen nu flytter herud om en uges tid, og kun skal arbejde på bibelskolen, synes vi egentlig, at det tegner godt. Nu er alle de teologiske lærere undtagen en enkelt Peters gamle studerende fra Mbeya Kærlig hilsen og Guds fred Anne-Lene og Peter PS: Vi fik strømmen igen fredag morgen, det var en rotte, der havde kortsluttet i elmåleren, men da telefonforbindelsen også døde i torsdags og her lørdag ikke ser ud til at blive repareret med det sammen, sendes dette fra en internetcafé i byen. Så er det afsked Kaporogwe Falls 6 Nr. 6 sep. 2011 64. árið
Stutt tíðindi fra Kirkjuliga Missiónsfelagnum Nýggjur stýrislimur Egil K. Joensen hevur játtað at koma í stýri Kirkjuliga Missiónsfelagsins. Stýrið er sostatt fullmanna við Jóhan Henriksen sum formann, Kristian Thorleifsson sum kassameistara umframt Justinus Poulsen, Sigurð Sørensen og Egil K. Joensen. Vælkomin á Ársmøtið Í døgunum frá 22. til 25. september skipar Kirkjuliga Missiónsfelagið fyri Ársmøti, sum verður í Missiónshúsinum við Landavegin í Havn. Peter Olsen, sum starvast á Dansk Bibel Institut, verður høvuðstalari. Hann talar um evnir úr 5. Mósebók. Øll eru hjartaliga vælkomin. Stuðul til Tanzania Stýrið hevur gingið eini umsókn frá Peter og Anne-Lene Olofson um 20.000 kr á møti. Hetta eru peningur sum verður nýttur til ymisk endamál. M.a. lata tey brillur til fólk, ið ikki hava ráð at keypa sjálvi. Fátæk kunnu koma eina ferð um vikuna og fáa 20 kr til mat, um tey ikki hava ráð at keypa mat sjálvi. Og um onkur gerst, sjúkur kunnu tey stuðla eitt sindur við keyp av heilivági o.ø. Stuðul til útbúgving Stýrið hevur játta 20.000 kr til førleikamenning og víðariútbúgving av Andreas Worare, sum er leiðari á bíbliuskúlanum í Geresse, Etiopia. Tað hevur alstóran týdning, at leiðarar eru væl útbúnir til teirra tænastu. Tí hevur stýrið valt at stuðla útbúgvingini hjá Andreas. Nýggir haldarar Eg ynski at halda Kirkjuligt Missiónsblað. Navn: Bústaður: Postnr. og bygd/býur: Undirskrift: At senda til: Kirkjuligt Missiónsblað, Undir Klakki 39, FO-700 Klaksvík 7
Teir vórðu settir í frælsi Ein maður sunnanfjørðs vitnaði á hvítusunnustevnuni í Kollafirði. Mær dámdi væl at smakka mær á, og sum tíðin leið, vant tað meir og meir upp á seg, og at endanum var tað ein trupulleiki. Konan var frelst og gekk í Missiónshúsið. Hon hevði ofta at mær; men alkoholikarar eru snildir og snúnir, so tá ið hon fór at deila, plagdi eg at siga: Komið og fáið okkum eitt mannakorn! So steðgaði deilingin! Ein dagin sigur konan so syrgin við meg: Tú skuldi skammast av tær, nú ganga børnini og happa son okkara, av tí at tú gongur og vøsar fullur húsanna millum! Eg fekk ein skelk, tí eg vildi sanniliga ikki vera orsøkin til, at sonurin skuldi líða og verða happaður. Tá ið hann løtu seinni kom inn, spurdi eg: Verður tú happaður, av tí at pápi gongur fullur? Børn eru so trúgv og stuðla altíð sínum foreldrum, so tað kom eitt sindur drálandi frá honum: Neiii! Hoyr, segði eg við hann, hereftir skalt tú ongantíð síggja pápa fullan! Og tað havi eg hildið í øll hesi mongu ár. Eg hevði kortini gjørt mær eitt loyniligt skáp niðri í kjallaranum, har eg goymdi eina fløsku, um mær skuldi tørva hana; men eg nart hana ongantíð. Eg gekk dúgliga í Missiónshúsið við konuni. Øll hildu, at eg var frelstur; men tað var eg ikki. Hetta var bara ein útvortis vani, eg hevði ikki takkað Jesusi fyri frelsuna, so eingin broyting var hend innan í mær. Í fyrstuni, tá ið eg sat á møti, bankaði hjartað hart. Eg hevði hoyrt ein gamlan mann vitna, at tá ið tú merkti hjartað banka, so var tað Jesus, sum stóð uttanfyri og bankaði á tínar hjartadyr, tí hann vildi 8 Nr. 6 sep. 2011 64. árið
sleppa inn. Um tú ikki lovaði honum inn, so fór hjartabankanin at gerast veikari og veikari fyri hvørja ferð, og at enda var eingin hjartabankan, tí Jesus var farin avstað og kallaði ikki longur á teg. Júst soleiðis var tað hjá mær. Eitt kvøldið, tá ið eg sat á møti, var bankanin so sera veik. Eg gjørdist lívsræddur, tí eg óttaðist at missa kallið, og at Jesus skuldi rýma, tí so visti eg, at hjartað fór at gerast sum ein steinur. Eg bað spakuliga innantanna: Jesus, er tað tú, sum bankar? Kanst tú ikki banka øgiliga hart, so at eg veit, at tað er tú? Eg skal siga tykkum, at hjartað fór at duka. Eg helt næstan, at tað sprakk út úr bringuni á mær. Eg visti ikki av, fyrr enn eg leyp á føtur og takkaði Jesusi fyri, at hann var deyður fyri meg. Í somu løtu streymaðu friðurin og gleðin inn í meg, og eg var settur í frælsi. Nú var tað ikki eg, sum stríddist at halda meg edrúan, nei, nú hvíldi eg, tí Jesus hevði tikið alla alkoholtrongd frá mær. - - - - - Ein maður vitnaði niðri á Blákross Kaféini: Tað var lítið skil á mær, eg gekk og válaði í ørviti í Havnar gøtum. Eitt fríggjakvøld kom eg oman eftir Áarvegnum. Har var útimøti, og ein maður, sum æt Willy Hansen, talaði. Sjálvt um eg var fullur, so hoyrdi og skilti eg, hvat ið maðurin segði, og orðini raktu meg. Eg fór til hús og segði við tey har heima, at sunnukvøldið fór eg á møti hjá hasum manninum. Tey trúðu mær als ikki. Men eg fór. Eg livdi ikki so væl hesa tíðina og var sjúkur í tólvfingratarminum. Eg hevði hoyrt mannin sagt, at hann bað fyri sjúkum, og Jesus kundi grøða tey. Eg var ógvuliga smæðin og hættaði mær illa, so eg setti meg á aftasta bonk.maðurin fór upp á talarastólin og fór at tala. Tá ið hann hevði talað eina góða løtu, breyt hann taluna av og kom við einum kunnskaparorði: Tað er onkur inni her, sum er sjúkur í maganum. Lyft hondina upp og gev teg til kennar. Jesus vil grøða teg! Eg helt fast um høgra skøvning, men armurin loysnaði meir og meir, og áðrenn eg visti av, reyk hondin upp í loft. Maðurin bað Jesus grøða meg, og í somu løtu merkti eg, at eg var frískur, og tað havi eg verið síðani. Men best av øllum er, at eg bleiv frelstur og fekk eitt heilt nýtt lív. Jesus setti meg í frælsi, eg havi ongantíð mungað eftir brennivíni síðani tann dagin. Jesus eigur allan heiðurin og æruna, eg veit ikki, hvar ið eg hevði verið í dag, um eg ikki var farin á hetta møtið. Effie Campbell. So er tá nú eingin fordøming fyri tey, sum eru í Kristi Jesusi 9
Søgan um krossin Ein maður sat í fangahúsi; men tað stóra undrið hendi, at hann gjørdist trúgvandi, meðan hann sat fastur. Hann bleiv ein ágrýtin kristin, sum brúkti allar møguleikar og kjansir at vitna um Jesus og frelsuna í honum. Ein dagin varð hann settur á eina harða roynd. Fangahússtjórin kom til hansara og segði: Her er eitt hvítt, óskrivað pappír. Um tú bert við at klippa eina ferð gjøgnum hetta pappírið fært ein kross burtur úr tí, skalt tú sleppa út hiðani, og tú skalt verða fríur maður. Men, legði hann afturat, tað skal vera innan 48 tímar. Hann mundi halda, at hetta var ógjørligt hjá fanganum. Men fangin bað so inniliga til Guds um hjálp. Tá vísti Jesus seg fyri honum í dreymi og vísti honum, hvussu hann skuldi bera seg at. Tá ið hann vaknaði, tók hann pappírið og legði tað saman soleiðis, sum hann hevði sæð tað í dreyminum, og so klipti hann, og brádliga sat hann við krossinum í hondunum. Men ikki nóg mikið við tí! Nøkur petti lupu av pappírsarkinum. Fangin setti pettini saman, eins og Jesus hevði gjørt í dreyminum, og blivu pettini tá til eitt orð, sum á enskum eitur HELL og á føroyskum merkir helviti. Hetta er ein máttmikil boðskapur: Krossurin og HELL. Tað er annaðhvørt ella! Boðskapurin talaði veldiga til stjóran og hinar fangarnar, og kristni fangin bleiv ein fríur maður í dupultum týdningi! Tað hevði stjórin ongantíð trúð; men Gud hevði hjálpt hesum trúgvandi manni. Boðskapurin er hin sami til okkara: Tak ímóti boðskapinum um krossin, ella kemur tú at uppliva eina glatan burtur frá Gudi um aldur og allar ævir. 10 Nr. 6 sep. 2011 64. árið
11
Blóðhevnd Fyri mongum árum síðani høvdu heidningarnir í Grønlandi eina lóg um blóðhevnd. Um ein persónur varð dripin, skuldi onkur í ættini hjá tí dripna hevna deyða hansara við at drepa drápsmannin. Einaferð hevði ein grønlendingur dripið ein av bygdarmonnum sínum, og eftir brotsgerðina flýddi hann langt burtur. Tann dripni átti ein 13 ára gamlan son, sum æt Kunuuk. Fólk mintu hann aftur og aftur á, at hann átti at hevnt pápa sín, men hann bar seg undan hvørja ferð. Tá Kunuuk varð vorðin 33 ára gamal, fór hann at hugsa um at hevna seg og fyri hvønn dag, sum gekk, vaks hugurin. Hann hugsaði í nakrar dagar um, hvussu hann skuldi hevna seg, og tá ið hann hevði gjørt tað av, fór hann avstað. Á vegnum steðgaði hann við eina missiónsstøð at hvíla seg. Hann var har í nakrar dagar og hoyrdi fyri fyrstu ferð gleðiboðskapin á sínum egna móðurmáli. Hann lurtaði væl eftir, og boðskapurin talaði til hansara. Áðrenn hann ætlaði sær víðari, vildi hann fegin doypast, men kristniboðarin vildi ikki gera tað, fyrr enn hann var vísur í, at Kannuk ikki fór at hevna deyða pápa sín, men ístaðin at fyrigeva drápsmanninum. Kunnuk helt kristniboðaran vera sera harðan, og at hann kravdi ov nógv av sær. Hann valdi kortini at steðga ferðini og at fara heim at tosa við ætt sína. Heima skilti eingin hann, og tey søgdu, at tað var hansara plikt at hevna pápan. Gjørdi hann ikki tað, so var hann ein ónytta. Nakrar dagar seinni kom hann aftur til missiónsstøðina, og kristniboðarin spurdi hann, hvussu hann hevði tað. Nei, hann hevði tað ikki so gott, tí hann visti ikki, hvat hann skuldi gera. Viðhvørt vildi hann hevna pápan, men so vildi hann kortini ikki og hevði hug at fyrigeva drápsmanninum. Tað var ein torfør støða, hann var í. 12 Nr. 6 sep. 2011 64. árið
Soleiðis hevði hann ongantíð kent tað áður. Kristniboðarin greiddi honum so frá, at tá ið hann ikki vildi fyrigeva, so var tað tí, at hann lurtaði eftir sínum egna hjarta. Lurtaði hann ístaðin eftir Guði, so fór hann at fáa hug at fyrigeva. Kristniboðarin las eisini bíbliuørindini upp fyri honum, har tað stendur, at Jesus píndur á krossinum bað fyri fíggindum sínum. Tá Kunnuk hoyrdi hetta, fekk hann tár í eyguni, men legði so aftrat, at Jesus jú var nógv betri enn menniskjuni. Síðani las kristniboðarin um Stefanus. Meðan hann var steinaður til deyða, bað hann eisini fyri fíggindum sínum. Tá mátti Kunnuk aftur turka sær um eyguni og segði, at hann trúði, at Stefanus var sælur í himlinum. Tá svaraði kristniboðarin honum, at ein dag skulu øll, sum trúgva á Jesus og fylgja fótasporum hansara, koma heim í himmalin. Tá Kunnuk hoyrdi hetta, fór hann útum, tí sum hann segði, so mátti hann søkja sær hjálp at fáa teir óndu tankarnar burtur. Hann var leingi burtur, men tá ið hann kom aftur, var hann hjartans lukkuligur. Hann nærum rópti av gleði, at hann nú at enda hevði fyrigivið manninum, sum hevði dripið pápa hansara. Hann kendi einki hatur í hjartanum longur. Kristniboðarin spurdi hann, hvussu tað bar til, at hann ikki hataði longur. Jú, tað vóru ørindini, sum kristniboðarin hevði lisið fyri honum, sum høvdu talað til hansara, har Jesus sigur: Faðir, fyrigev teimum, tí tey vita ikki, hvat tey gera. Tá lovaði Kannuk Guði, at óansæð, hvussu óverdigur hann var, so vildi hann gera sum Jesus. Nú var tað Guð, sum tosaði úr hansara hjarta, og nú vildi hann fyrigeva fíggindanum. Fjúrtan dagar seinni fortaldi hann samkomuni, at hann trúði á Jesus, og hann varð doyptur. Aftaná tók hann í hondina á kristniboðaranum og takkaði honum fyri, at hann hevði víst honum á Jesus. Hann sendi drápsmanninum boð um, at hann hevði tikið við trúgv á Jesus, og at hann nú hevði fyrigivið honum. Seinni møttust teir og tosaðu um tað, sum var hent. Kannuk fór avstað, tí hann ætlaði at drepa, men hann kom aftur fyri at biðja. Hevndarhugurin í hjartanum broyttist til frið. Leysliga umsett Petra Gregersen 13
Ferðin um Jordanánna Petra Gregersen Ísraelsfólk er nú um at náa málið. Seinasta forðingin, sum eftir er, áðrenn tey kunnu fara inn í Kánaanland, er Jordanáin. Nú Móses er deyður, er tað Jósva, sum skal leiða fólkið yvirum. Gud lovar at vera við honum. Hann sendir tveir njósnarar inn í landið, sum skulu kanna viðurskiftini í Jeriko. Kongurin í Kánaanlandi frættir, at njósnarar eru komnir inn í landið og vil fáa fatur í teimum, men ein kona, sum eitur Ráhab, fjalir teir uppi á takinum hjá sær, og teir verða ikki funnir. Morgunin eftir fer ísraelsfólk yvir um Jordan. Prestarnir fremst við sáttmálaørkini og fólkið aftaná. So skjótt sum teir stíga í Jordanánna, skilist áin, og fólkið gongur turrskøtt yvirum. Tá ið prestarnir koma mitt út í ánna, steðga teir og bíða, til alt fólkið er komið yvirum. Fyrstu náttina svevur fólkið í Gilgal. Har halda tey páskir og eta korn úr Kánaanlandi, tí manna fáa tey ikki longur. Ferðin gjøgnum oyðimørkina hevur nú vart í 40 ár. Um náttina hjálpir hon teimum at flýggja. Hon hjálpir teimum út um borgargarðin og letur teir síga niður í einum reipi. Ráhab trýr, at ísraelsfólk fer at vinna landið, og biður tí njósnararnar um ikki at drepa seg og ætt sína, tá ið teir koma at taka landið. Tað lova teir, men biðja hana festa ein reyðan tráð í vindeygað sum tekin um, at ísraelsmenn ikki skuldu gera teimum nakað. Tá ið njósnararnir koma heim aftur, siga teir, at Harrin hevur givið fólkið í Kánaanlandi upp í hendur ísraelsmanna. 14 Nr. 6 sep. 2011 64. árið
BARNASÍÐAN Uppgáva Tá ísraelsfólk hevði fingið valdi á øllum Kánaanlandi, býttu tey landið sundur, alt eftir hvørjum av teimum 12 synunum hjá Jákupi, tey vóru í ætt við. Vitið um tit finna ættirnar í orðagátuni niðanfyri. 15
Umbróting: Brandur Petersen Prent: Estra Ábyrgd: Silas K.K. Olofson Útgevari: Kirkjuliga Missiónsfelagið Undir Klakki 39 FO-700 Klaksvík Tlf.: 286968 T-postur: kmf@kmf.fo Heimasíða: www.kmf.fo Konta: 9181-495.337.3 Kirkjuligt Missiónsblað kemur út 8 ferðir um árið ( feb, mar, mai, jun, aug, sep, nov, og des) Haldaragjald: kr. 150,- 16 Nr. 6 sep. 2011 64. árið