Kirkjuligt Missiónsblað



Relaterede dokumenter
Kirkjuligt Missiónsblað

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál. Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess

Kirkjuligt Missiónsblað

Ein livandi Kristus til ein doyggjandi heim

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

- Webundersøgelse, Fólkaskúlaráðið, oktober Fólkaskúlaráðið. Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál

Kirkjuligt Missiónsblað

Enok maðurin, sum gekk við Gudi

Kirkjuligt Missiónsblað

forbindelse med både ansættelse, ændring i ansættelsesforhold og ved afslutning af ansættelsen.

Hvussu kunnu vit liva sum trúgvandi í dag?

Ríki maður og Lázarus Luk. 16,

Minni um teir, sum sigldu og teir, sum doyðu undir krígnum Ferðin hjá "Johannu" eitt rimmar tiltak.

Sigurd fekk medalju fyri sigling í krígstíð í Íslandi

Kvinnan við Sikarsbrunn Partur II Joh. 4, 1-43

Søgan um "Vesturhavið Blíða"

Men størstur av teimum er kærleikin

Námsferð 25. mai 5. juni 2017

Út á Fagranes, har 7 fiskimenn mistu lívið í 1927

Kvinnurnar við grøvina

Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin. Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014

Kirkjuligt Missiónsblað

Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar


Svenskur elitusvimjivenjari

Fólkaheilsukanning Hvussu hevur tú tað 2015

Marius smíðar bát í Íslandi. ALS 10 ár. Stór frásøgn frá hátíðarhaldinum. Bjarni Djurholm má steðgast og fiskimonnum má vera tryggjað rættindi.

Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging

Til minnis um Elsa Jacobsen, kristniboðara

Sagsøgeren har påstået sagsøgte dømt til at betale kr. med procesrente fra den 26. juni 2003, subsidiært procesrente fra den 22. april 2008.

Kirkjuligt Missiónsblað

Lívsins salt. Vit hava verið í Ibiza og hugt eftir saltframleiðslu. Neptun og Nólsoy

Mest støðuga fiskavirkið er í Vági

Vegleiðing at dagføra GPS-kort. Tillukku við tínum keypi av GPS-korti. Kortið fevnir um Føroyar.

Aftaná eitt misálit Tað hjálpir einki bert at seta nýggjan landsstýrismann. Tað, sum ræður um, er ein fullkomilig umskipan av fiskimálaráðnum.

ATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN H71 - NEISTIN. Sunnudagin 28. september kl Hoyvíkshøllin

Klagan til TV2. Hvat kann gerast. Upplivdi illveðrið í 1932, ið beindi fyri formanni í FF. Livravirkið á Eiði. Frásøgn hjá Andrew Godtfred:

Kirkjuligt Missiónsblað

Føddur undir Hitler, vaksin upp undir Stalin

Nýggj stjórnarskipan má fyrst og fremst verja borgaran

Givið út 30. mai 2017

Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland

Hvat hendi við russarunum?

FF-blaðið í Frankaríki Vit vóru bæði á fiskivinnuvitjan og til fótbólt. Drúgv og øðrvísi frásøgn

Skiparin sum virkaði sum tannlækni

Tine Færch Jørgensen. Til Trafik- og Byggestyrelsen

Føroyskur saltfiskur væl umtóktur

Fiskimaðurin Andrias í Tarti. Vit ynskja honum tillukku og hava 5. part av hansara lívssøgu. M.a. eru vit í barsil hjá Georg L. Samuelsen í 1911.

Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding av elinnleggjarum

Nýggj skip. 70 ár síðan Nólsoy gekk burtur Søgan um ringin sum kom aftur. Svenskari vitjað í Føroyum í 56 ár

samstarva At veita eina um skjóta hettar og tilboðið: goða viðgerð til kvinnur við burðartunglyndi.

Smiðjan á Skipanesi Brot úr okkara smiðjusøgu. Okkara maður í Nambia. Er prískappingin í vanda? Børn á Sanatoriinum

ICES viðurkennir. Bjargingarroynd í Vágsbotni. Fiskaren vitjar FF. Bernhard 5. partur. Løgtingsins umboðsmaður setir kærarar í gapistokk.

Jarðarferðin hjá Morning Star

Strongdkanning av limum hjá Starvsmannafelagnum. Gjørd av Fegin Ábyrgdari: Niclas Heri Jákupsson

"Okkara maður" í Sandoynni fyllir runt. Sigmund verður 75. Vit dokumentera, at sjónvarpstíðindini vóru fupp. Úr Syðrugøtu til Aberdeen

Ársins studentur. Áhugaverd frásøgn frá meslingagrindini, sum var í Gøtu í Vit hava myndir frá grindini, sum ikki fyrr hava verið alment kendar.

Gamlar myndir úr Norðuroyggjum

Sólskinssøga á heilsuøkinum

Dreymurin um at sleppa við júst

HAVNAR KLUBBI oktober Endurgerð av minnisriti Havnar Klubba, tá hann fylti 160 ár.

Gazet í Kirkjubø staðfesti gullaks fyri 100 árum síðani

Leiðarans leiklutur og samskifti í broytingum

Orðið eigur í føroyskari felagsverklóg 1

Ferðamannaskip í 1844

Skipari kláraði tað, sum læknar ikki kundu! Læknarnar vildi taka beinið av Palla, men hann noktaði.

Prædiken til Kristi himmelfarts dag, Luk 24, tekstrække

Heilsan hjá langfarafiskimonnum

Bjørn kann ikki nokta fiskimonnum at kryvja við maskinu

Transkript:

Nr. 7 nov. 2012 65. árið Kirkjuligt Missiónsblað VIT MUGU HAVA HEILAGA ANDAN. Uttan halgan skal eingin síggja Harran! (Heb.12,14) Tað er ein sannleiki, sum nógv kenna, men sum fá veruliga hugsa um. Hvussu ofta verður tað ikki gloymt, at uttan halgan fær eingin at síggja Harran? Hvussu ofta verður tað ikki gloymt, at eingin sonn halgan finst, har sum Heilagi Andin ikki býr í hjartanum? Ein veit, at halganin er gerningur Heilaga Andans, og at tað bara er snýt við allari heilaggering, sum ikki er virkað av Harranum við Andanum. Og tó eru tað túsundir av sálum, sum royna halganinna uttan fyrst at kanna eftir, um tey hava fingið hin Heilaga Andan. Heldur ikki spyrja tey um, hvussu ein fær Andan, og hvat gerningur Heilaga Andans er. Í Ápost. 19 verður greitt frá, at Paulus í Efesus

fann nakrar lærusveinar og spurdi teir:»fingu tit heilagan anda, tá ið tit tóku við trúgv?«men teir søgdu við hann:»nei, vit hava ikki so mikið sum hoyrt, at heilagur andi er til.«og hann segði við teir:»hvørjum dópi eru tit tá doyptir við?«teir søgdu:»við dópi Jóhannesar!«Síðani greiðir Paulus teimum frá dópi Jóhannesar. Tað var ein umvendingar dópur (v.4), inntil tann trúgvin, sum skuldi koma, opinberaðist (Gal. 3,23) Trúgvin var enn á veg. Hon var enn ikki nærverandi í hjartanum. Tað var grundin til, at teir ikki høvdu fingið Heilaga Andan. Men tá ið hann hevði undirvíst teimum um trúnna á Jesus og lagt sínar hendur á teir, fingu teir Heilaga Andan. Hetta er veruliga nakað, vit ikki høvdu væntað, at hesir lærusveinar ikki høvdu fingið Heilaga Andan, hóast teir vóru doyptir við dópi Jóhannesar til umvendingar (á svenskum Bättring). Til hetta vóru teir eisini vígdir gjøgnum dópin. Jóhannes var sendur av Guði fyri at greiða veg Harrans, lækkað hvørt fjall og hvørja brekku, sundurbróta steinhjartað hjá menniskjum gjøgnum sína strangu boðan um bót. Men bótin skuldi aldri geva lív, troyst, frið, gleði, nýtt hjarta, sinni Andans og kraft. Hetta skuldi Kristus geva við síni náðiboðan. Hetta plagdi Jóhannes sjálvur ofta at forklára við orðunum: Eg doypi tykkum við vatni til umvendingar; men tann, ið kemur aftan á meg skal doypa tykkum við heilagum anda (Matt. 3; Mark. 1; Luk. 3; Jóh. 1). Tað, bara at vera doyptur við dópi Jóhannesar, er altso at vera á betringar og umvendingar vegnum, uttan at hava fingið ta stóru troystina og gleðina í, at Jesus hevur tikið syndina burtur. Tað er at ganga við hesum sinninum: Á, tann sum kundi verið, kundi gjørt, kundi strítt, vakt, biðið! Tey hava ikki fingið tað sinnið, sum sigur: Takk fyri, hvat Kristus er, hvat Kristus hevur gjørt, hvat Kristus hevur strítt, hevur biðið og útrættað! Eg doyði, eg mátti skammiliga geva upp við míni betring og umvending; men hygg, eg fekk alt í einum sum eina gávu frá honum, sum elskaði meg og gav seg sjálvan upp fyri meg. Tað lívið, sum eg nú livi í holdinum, tað livi eg í trúnni á Guðs son; nú livir Kristus í mær (jvf. Gal.2,19-20). Hygg, hendan Andans dóp manglaðu hesir lærusveinarnir í Efesus. Tað er gott at síggja, at hesir lærusveinarnir vóru villigir til at blíva undirvístir í, tí teir manglaðu. Á, ein fagnaðardagur! Teir vistu neyvan av, at tað var nakað, sum manglaði teimum. Nú fingu teir ikki bara at vita um ta nýggju sælu erfaring, sum var eftir, teir fingu eisini loyvi til veruliga at uppliva hana. Á, at tað eru so nógv okkara millum, eisini av teimum, sum eru søkt niður í Jóhannesar umvendingardóp, sum skuldu fingið náði til at koma til sín sjálvs og royna, um tey nú hava fingið Heilaga Andan! Tað eru nøkur, sum við vaktari samvitsku kenna sítt egna máttloysi og forfall. Tey vita, at tey mangla kraft Heilaga Andans. Tey síggja tað ónda í sær sjálvum, og vilja fegin vera frí frá tí. Men tey fáa tað ikki í lag. Tað er eingin andi, eingin yvirnátúrlig kraft og eingin friður. Tað er eingin klárur vitnisburður um, at andin býr í teimum ella um ta sonnu halganinna. Tey vilja nógv, tey vilja vaka, biðja, kempa og elska. Men alt verður bara vilji, avgerð og góð mál. Alt er avmakt og deyði. Tey vilja sanniliga angra syndina. Men hjá sær sjálvum kenna tey bara harðleika, hyklarí og lættsinni. Tey vilja elska Guð, men kenna bara, hvussu lunkin tey eru. Í staðin elska tey alt annað. Tey vilja biðja, men fáa tað ikki í lag. Bønin er turr, stutt, kraftleys og hyklarisk. Tey vilja vaka og stríða móti syndini, men klaga: Eg eri so ræðuliga vinglutur, at eg syndi so skjótt, ein freisting kemur. 2 Nr. 7 nov. 2012 65. árið

Syndin hevur valdið. Tey liggja undir fyri teimum gomlu syndunum. Nakrar dagar gongur tað betri hjá teimum. Tey byrja at vóna at sigurin er vunnin. Men so raplar allur frómleiki niður í grúsið. Alt er líka óhugnaligt sum fyrr, ella enntá verri. Tey syngja eina syrgiliga vísu: Eru nakrir lystir til sum eg yvir vinni? Hugsa hvat eg hugsa vil synd eg altíð finni. Tala hvat eg tala má synd við alt jú hongur. Eg má liggja, ganga, stá synd meg gjøgnum treingir. Eg meg fast avgeri til ei tað ónda gera, men tá so eg freistist her lati meg forføra. So eg havi onga ró ongan frið eg kenni; kann ei líta á náðina ella líta á heimin. av sínum hjálparloysi at skilja, at tey ikki hava fingið Andan. Tí at skriftin sigur jú: men har sum andi Harrans er, har er frælsi. Trá andans er lív og friður. Ávøkstur andans er kærleiki, gleði, friður. Alt, sum er føtt av Guði, vinnur sigur á heiminum (2. Kor. 3,17; Rom. 8,6; Gal. 5,22; 1. Jóh. 5,4). Hvussu skuldi tað verið møguligt, at eg skuldi havt Heilaga Andan búgvandi í mínum hjarta uttan at hann skuldi klára nakað? Skuldi eg hóast tað verið ein friðleysur trælur, fremmandur fyri frelsaranum? Nú spyr ein sál av álvara eftir gávu Heilaga Andans og kraft. Carl Oluf Rosenius Dan Jógvan Eliassen týddi Hygg, hesi liggja í Jordans kalda vatni, í Jóhannesar dópi til umvendingar. Tað gongur so illa. Slíkar tíðir kunnu eisini koma hjá teimum trúgvandi, eftir at tey í eina tíð hava staðið í trúarinnar frælsi. Tey kunnu aftur lata seg fanga av trældómsins oki og søkka niður í tað lógarbundna sinnið. Tá hevur lógin aftur sama virkning, sum áðrenn tey komu til trúgv, at vekja syndina upp og opinbera avmaktina. Men hesi, sum eru komin til lívs í trúnni, og sum bara í eina tíð, tey eru anfektað, missa Andans sigrandi kreftir, tey áttu jú av egnari erfaring at vita um tað, sum kann hjálpa teimum aftur at fáa andans lív og frið. Og tey, sum aldri hava smakkað trúarinnar sonnu sælu og kraft, eiga 3

Bræv nr. 3 úr einum muslimskum landi 10-10-2012 Vit hava nú verið her í landinum í 2 mánaðir. Og nógv er hent síðan tá. Okkara elsta dóttir er byrjað í einum altjóða skúla. Í fyrstuni var tað torført fyri hana, tí alt gongur fyri seg á enskum. Og tað skilti hon ikki í byrjanini. Tíbetur hava børn ein ótrúligan eginleika at læra seg ymisk mál, og nú gongur heilt væl hjá henni at tosa enskt og hon trívist væl í skúlanum. Eisini hevur hon fingið eina staðbundna vinkonu, ið býr í somu uppgongd sum vit. Tær spæla saman fleiri ferðir um vikuna og tað gevur henni møguleika at læra eitt sindur av tí staðbundna málinum. Okkara yngsta dóttir verður ansa av einum volontøri, sum býr hjá okkum. Um miðjan oktobur skal hon byrja í einum staðbundnum barnagarði. Tað verður enn ein spennandi og avbjóðandi tíð hjá okkum og ikki minst fyri okkara yngstu dóttir. Vit hava vitja barnagarðin tvær ferðir og starvsfólkini eru sera blíð og gleða seg at kunna taka ímóti einum nýggjum barnið. Vit eru sjálvi byrjað á málskúla. Tað er sjálvandi ikki heilt einfalt at læra eitt nýtt mál, men vit halda at tað gongur væl við at læra tað. Hvønn dag læra vit okkurt nýtt, sum vit kunnu brúka, tá ið vit tosa við fólk. Vit hava fingið fleiri vinir, ið eisini læra málið, bæði úr okkara flokki og øðrum flokkum. Tað eru fólk úr nógvum ymiskum londum, men flest teirra eru úr muslimskum londum. So missiónsarbeiðið er ikki nakað, ið fyrst byrjar, tá ið vit hava lært málið. Nei, líka mikið hvaðani fólk koma, so hava tey tað til felags, at teimum tørva Jesus fyri at blíva frelst. Vit hava fortalt, at vit eru trúgvandi, og tað hevur havt við sær, at fleiri næmingar hava havt spurningar um kristindómin, munin á kristindóminum og islam og mangt annað. Vónandi eru vit við til at planta fræð í teirra 4 Nr. 7 nov. 2012 65. árið

hjørtum, so tey kunnu koma at kenna Jesus sum teirra frelsara. Vit hava eisini fingið fleiri staðbundnar vinir. Ein teirra hevur hjálp okkum ómetaliga nógv á ymsum økjum. T.d. hevur hann hjálp okkum at keypa ein bil (ein VW Transporter frá ár 2000), so nú kunnu vit endiliga fara onkran túr út um býin. Tað treingja vit til, tá ið vit koma úr lítlu Føroyum til ein milliónbý. Vinurin, sum hevur hjálpt okkum nógv, er muslim, men er áhugaður í kristindóminum. Vit hava givið honum eitt Nýggja Testamenti, ein DVD við einum filmi um lív Jesusar og ymiskt annað. Bið um, at Heilagi Andin má opna hansara hjarta fyri gleðiboðskapinum. Bið eisini um at vit mega vísa á Jesus í okkara gerandisdegi. Tað er ikki einfalt at boða gleðiboðskapin í einum muslimskum landi. Tað er tí alneyðugt, at tit eru við í arbeiðinum gjøgnum forbøn og stuðul. Vit vilja tí heita á tykkum um at biðja fyri arbeiðinum: Bønarevni: Takk fyri, at vit eru hava fingið eina góða íbúð at búgva í. Takk fyri, at okkara elsta dóttir trívist í skúlanum. Bið fyri, at okkara yngsta dóttir má fara at trívast í barnagarðinum. Bið um, at Gud má leggja góðar gerðir til rættis fyri okkum at ganga í. Bið fyri okkara staðbundna vini, sum er áhugaður í kristindóminum. Við ynski um Guds ríku signing. J og S 5

Anne-Lene og Peter skriva Fællesbrev nr. 90 Lammets blod har mit dørtræ tegnet (Åndelige sange og salmer, nr. 617, vers 3) For nylig blev vores tanker ledt hen på to begivenheder i Bibelen: Dels fra tiden omkring Jesu fødsel, hvor der udgik en befaling om folketælling (Luk. 2,1). Og dels fra israelitternes tid i Ægypten, hvor de fik besked om at tegne deres dørtræ : Blodet skal I have som mærke på husene, hvor I er. Når jeg ser blodet, går jeg forbi. Ingen ødelæggende plage skal ramme jer. (2. Mos. 12,13). Der har også været folketælling i Tanzania, og vi skulle tælles med. Så der kom en dame d. 31/8 til vores hus. Hun skulle have oplysninger om vores navne og alder, men også om hvor mange geder og får, vi havde. Det var henholdsvis 5 og 4. Bagefter tegnede hun vores dørtræ, dvs. hun satte et hak på vores dør dog ikke med blod, men med kridt, så det udefra kunne ses, at vi var skrevet i mandtal. Sidste gang, der blev holdt folketælling, var i 2002. Det blev så en lille påmindelse om nogle afgørende begivenheder Guds folks historie. Søndagen før d. 26/8 tog Peter på tur med 13 studerende, en lærer, Emma og 13 volontører fra Danmark og Tyskland til gudebjergene udenfor Sumbawanga. Vi besteg først kvindebjerget og blev igen mindet om evangeliets sejrsgang via korset på toppen af mandebjerget og om Guds fantastiske skaberværk. På toppen af kvindebjerget skuede vi ud over landsskabet og Sumbawanga og læste derfor Salme 8 på henholdsvis swahili, tysk og dansk og efter bøn sang vi (dog på swahili): O, store Gud, når jeg dit værk beskuer, naturens rigdom, herlighed og pragt, og stjerners tal på himmelhvælvets buer og alle ting, din stærke hånd har skabt. Sumbawanga d. 14.09.2012 Jana fra Tyskland og pastor Matondwa læser salme 8 Da bryder lovsang fra mit hjerte ud. O, store Gud, o, store Gud. Da bryder lovsang fra mit hjerte ud. O, store Gud, o, store Gud. Vel nede og på vej til mandehulen, var der en, der trådte et skridt tilbage, og så trådte han ned i en ujævnhed og vred om på foden. Lots hustru skulle ikke kigge sig tilbage, nej, vi ser frem mod målet, og det styrer vores skridt her på jord. Men Peter skulle have skuet tilbage, før han trådte et skridt tilbage, for det kom til at gøre av, og efter at der var taget røntgenbilleder blev benet lagt i gips, og så går det med lidt mindre skridt fremad en måneds tid Men man kan jo godt humpe over og undervise, og er man tvunget til en lille biltur, kan det lade sig gøre. Men ellers så klarer vores ansatte og volontørerne i byen de fleste indkøb, betaling af regninger og at hæve penge. I denne uge var det så Anne- Lenes tur til at få en ordentlig gang malaria. Men det glider alligevel, for vi bytter og tager hinandens lektioner, så de studerende ikke mister undervisning. Internettet glider dog ikke så let pt.. I flere 6 Nr. 7 nov. 2012 65. árið

Kirkjuligt Missiónsblað uger har det været helt væk, og ellers har det Kærlig hilsen været noget med at forsøge 10 20 gange og Guds fred om dagen for at få et lille hul igennem. Så det Anne-Lene og Peter er en opøvelse i tålmodighed. D. 2/9 havde vi besøg af Ole og Niels fra Danmark, henholdsvis pensioneret murermester og pensioneret ingeniør. De skulle være i Sumbawanga en uges tid i forbindelse med bygningen af børnehjemmet Bethania, der i dag lejer sig ind forskellige steder. Ole kommer senere tilbage med sin hustru for at forestå selve byggeriet. Det skal de virkelig have tak for. På Brødrekirkens Secondary skole har man efter 5 år måttet rive de første klasselokaler ned, da de simpelthen var for dårligt bygget, så det koster lige nogle hundrede tusinde ekstra, som de tyske donorer dog har spyttet i kassen. Børnene på Bethania tegner giraffer og zebraer og løver, og selv om de blot bor nogle Alle deltagerne og et par børn, der fulgte med timers kørsel fra en fantastisk nationalpark (Katavi), så har de aldrig set disse dyr i levende live, så Anette og Lea, volontørerne på Bethania, har holdt sponsorløb og andre aktiviteter og med tilskud udefra, har de arrangeret en tur over to dage til Katavi senere på måneden for alle børnene, ca. 40. Nu er alle de studerende, som vi kan forvente, kommet. Det er blevet til fire klasser med henholdsvis 4,4,6 og 7 studerende - i alt 21. Det er en lidt anden undervisningssituation end at sidde med op til 24 studerende i én klasse, som vi gjorde for nogle år siden. Anne-Lene skriver: Kvindernes strikkeklub Turen afsluttedes med Anne-Lenes snogbrød, om mandagen har udviklet sig til mest at være pølser og salat en hækleklub. De hækler al mulig fint til deres hjem. Men jeg har også lavet en hækleopskrift til en lille pose med en lang snor i siderne. Så nu kan kvinderne have deres mobiltelefoner hængende om halsen og dermed undgå at miste dem. Selv om vi samles for at hækle og strikke, så er det utænkeligt for kvinderne at vi skulle skilles uden at have bedt sammen først! Kvindebibelkredsen mødes stadig i vores hjem hver torsdag til bibellæsning, bøn, samtale og te. Det har udviklet sig til et fint fællesskab, hvor vi hjælper hinanden med at bidrage til samtalen, bønnen og den indbyrdes Strikkeklub omsorg. Det er rigt at få lov at være med til. 7

Prísurin er høgur Beint áðrenn Bambusteppið avbyrgdi størsta partin av Kina frá umheiminum, var eg á veg úr Formosa til USA við flogfari, men vit millumlendu á flogvøllinum í Shanghai. Frammanundan hevði eg bílagt eitt kamar á Kina Innland Mission Hospits. Tað var vorðið seint á kvøldi, tá eg kom fram, og allastaðni var myrkt. Í forhøllini lýsti tó ein lampa, og frá glæmuni las eg eini boð til mín: Av tí at so nógvir gestir vóru komnir til heimið, máttu tey vera tvey á hvørjum kamari. Sostatt skuldi ein búgva saman við mær. Eg gekk á tá upp gjøgnum trappurnar, og tá eg kom inn í kamarið, sá eg, at ein eyka song var sett inn, og at onkur lá í henni. Eg vildi ikki órógva mannin hvør hann so enn var so eg sløkti ljósið og legði meg. Meðan eg lá og hugsaði um tað, sum farið var fram um dagin, legði eg merki til, at maðurin við síðuna av mær lá og græt. Fyrst helt eg, at eg droymdi, men tá hann helt á at suffa, skilti eg, at so var ikki. Eg hugdi yvir og sá, at hann hevði togað teppið yvir andlitið. Eg kundi í myrkrinum merkja, hvussu hann skalv, meðan hann græt. Eg fór yvir og legði hondina á øksl hansara. Kæri vinur, segði eg eg kenni teg ikki, og eg haldi ikki, at tú kennir meg, men kanst tú ikki siga mær, hvat tað er, sum nívir teg. Bíblian sigur, at vit skulu bera byrðar hvør hjá øðrum og á tann hátt uppfylla Kristi lóg. Eg fekk at vita, at hann var kristniboðari. Tá eg sat har og lurtaði, skilti eg, at eitthvørt syrgiligt hevði verið honum fyri. Kristniboðarar mugu bera byrðar, sum tey flestu ikki kundu droymt um, segði eg við hann. Kanst tú ikki siga mær, hvat bagir? Nú var hann betri fyri og byrjaði at siga frá. Fyri tjúgu árum síðani var hann komin úr Amerika til Kina at vera kristniboðari. Hann og konan ynsktu bæði at virka á einum staði, har fá onnur vildu fara. Tað ynski fingu tey uppfylt. Tey vórðu send til eitt fjarskotið umráði vestanfyri, við kinesiska landamarkið. Fólkini, ið búðu har, vóru komin úr Tibet. Tey høvdu búsett seg so langt frá bygdum øki, sum tey kundu. Triðja hvørt ár fóru kristniboðarin og kona hansara til ein havnarbý at keypa tað mest neyðturviliga og eisini at fáa eina læknakanning. Tá ið eg hoyrdi hann greiða frá, kundi eg ímynda mær teirra einsemi og avbyrging. Eg skilti eisini, hvussu trupult tey høvdu tað. Eg skilji væl, at tú ert tungur í huga, segði eg. Lív títt sum kristniboðari hevur ivaleyst ikki verið lætt. - Tað tosa vit ikki um, svaraði hann. Vit høvdu væntað okkum eitt strævið lív. Vit arbeiddu í sjey ár uttan at síggja nakran ávøkst. Vit strevaðust við at læra teirra mál og royndu at vísa teimum, at vit vóru góð við tey, men tey 8 Nr. 7 nov. 2012 65. árið

vóru ikki so løtt at koma í samband við. Tá ið sjey ár vóru liðin, hendi nakað, sum fullkomiliga broytti lív okkara. Gud gav okkum eina gávu eina dóttur. Eg hjálpti henni til verðina. Hon var ein sólstrála. Hon gjørdi enda á einseminum eins og sólskin í náttarmyrkri. Gud hevði givið okkum hana, og vit elskaðu hana og vóru Gudi sera takksom. Men gávan var ikki bert okkara, hon var eisini ein gáva til tibetanska fólkið. So hvørt sum lítla dóttir okkara vaks og byrjaði at ganga úti, løgdu vit merki til, hvussu tibetanararnir eygleiddu hana og flentu. Tað sást á øllum brøgdum, at tey vóru góð við hana. Hon lærdi at tosa teirra mál og tosaði tað eins væl og teirra egnu børn. Ein dagin sóu vit, at so hvørt sum vit lærdu hana bíbliuvers og sangir á teirra máli, so lærdi hon tey tibetansku børnini. Tá kundu vit við okkara egnu eygum vera vitni til eitt undur. Júst tá ið vit hildu tað vera heilt vónleyst at náa tað tibetanska fólkið við gleðiboðskapinum, kom hesin vitnisburður frá dóttur okkara. Hon leiddi tann fyrsta heidningin til Jesus. Nú eru átta komnir til trúgv. Eg hugsaði við mær sjálvum: Hesin maðurin, má vera dýrabarur í Harrans eygum. Tjúgu ár av lívi sínum hevur hann brúkt til at hjálpa átta menniskjum inn á vegin til tað æviga lívið. Tað var tøgn eina løtu, so helt hann fram: - Nú, meðan eg siti her, sigla kona mín og dóttir oman eftir ánni móti Stillahavinum á veg til Amerika. Men hví fórt tú ikki við teimum? Spurdi eg. Um tær væntar pening, so skal eg fjarrita til Amerika í kvøld. Eg veit um samkomur, sum fegnar vilja senda tær ferðapening, so tú kanst fara heim í flogfari og møta familjuni, tá ið tey koma í land í Amerika. Tjúgu ár er nóg long tíð í tænastuni, lat onnur taka við. Hvussu skal tað tá gangast teimum átta kristnu? Svaraði hann. Enn eru tey bara børn í Jesusi og mugu stríðast nógv í gudleysa umhvørvinum. Tey treingja til vegleiðing fyri at kunna veksa í trúnni. Tað kunnu ganga mong ár, áðrenn onnur kunnu læra seg málið. Sáðið vit hava sátt, kann lættliga hvørva. Nei, eg má venda aftur. Í morgin tíðliga fari eg og ætli mær at verða har trý ár afturat. - Men familjan? Segði eg. Vildi tú ikki heldur verið saman við teimum? Svar hansara gav mær greitt innlit í støðuna, hann var í. - Í meira enn eitt ár hevur dóttir okkara kent sær ein trega í øðrum arminum. Tá ið vit fóru við henni til ein kristnan lækna her í Shanghai at kanna hana, vildi hann tosa við meg í einrúmi. Sjálvt um hann hevði ringt við at siga tað, helt hann fyri, at tað kostaði at vera kristniboðari millum hetta fólkið. Nei Pierce, einsemi ella trupulleikar kunnu ikki nerva eitt hjarta, sum er vígt til Gud. Tað er ein nógv størri kostnaður, sum ein noyðist at gjalda, tá ið eins kæru mugu geva seg undir korini í einum ókendum og ótryggum landi. Barnið, sum Gud gav okkum, hevur fingið spitalsku sjúku. Tað er prísurin, ið tað hevur kostað okkum at ganga Guds veg. Sjálvt um eg var móður, fekk eg ikki blund í eyguni hesa náttina. Tá ið eg um morgunin segði honum farvæl og sá hann fara einsamallan aftur til tað tibetanska fólkið, kom eg at hugsa um orðini, at nøkur fá, sum hava so lítið, geva so nógv, meðan so mong úti í heiminum, sum hava so nógv, geva so lítið. Harrin Jesus segði: Tann, sum ikki tekur upp kross sín og fylgir mær eftir, er mær ikki verdur. Hvat hevur tú ofrað fyri at tæna honum? Dr. Bob Pierce. Lea Juul týddi. 9

Fællesbrev nr. 91 Sumbawanga d. 06.10.2012 Anne-Lene og Peter skriva Freden er ved at sænke sig over huset denne lørdag aften. Der er blevet undersøgt priser på tømmer og siden gjort aftale med en tømrer om at bygge en scene til Bethaniabørnenes talentshow, som Anette og Lea arrangerer i den kommende uge. En syg evangelist har været forbi og fået udbetalt penge til en operation finansieret af en tidligere missionær i Rukwa. Vi har fået flyttet Emmas ting til et nyt sted, hvor hun har lejet sig ind. Den sidste kunde forlod butikken ved syv-tiden. Sophie og Johanne, de to volontører, der arbejder på børnehjemmet Peters house, har begge fået en seng i vores hus. Sophie blev indlagt torsdag formiddag på sygehuset og fik drop, og torsdag aften kom hun så hjem til os. Johanne havde været syg i begyndelsen af ugen, men var blevet bedre, men i formiddags ringede hun og sagde, at nu var det ikke så godt igen. Peter hentede hende og hun blev testet, og der blev konstateret malaria og amøber, og så fik hun også en seng hos os. Peter fik taget sin gips af d. 24/9, så det går stille og roligt fremad med at vænne sig til at bruge benet normalt igen. Sygdom er hver mands herre, siger vi, men det er ikke dårligt, at vi rimeligt let kan få hjælp, og slet ikke dårligt, at vi ser frem til en ny himmel og en ny jord, hvor der hverken er amøber, malaria, hoveder, der værker eller ben, der har brug for gips. Gipsen skulle af, for d. 28/9 drog Peter sammen med 12 danske volontører til Kasanga. 3 fra Kigoma, 5 fra Sumbawanga og 4 fra Kipili. Anna, der tidligere har været volontør i Sumbawanga, og som nu er ved at tage en medicinsk uddannelse, er tilbage for at være med på mobilklinikken til engang i december. Hun var syg, så hun kom kun med til Sumbawanga, og så blev hun hos Anne- Lene i week-enden. Da volontørerne fra Kipili først skulle med bus ind fredag, nåede vi af sted ved to-tiden og efter en kaffepause undervejs nåede vi gæstehuset i Kasanga hen mod aftenen. Det blev til en badetur og maden kom så på bordet lidt forsinket 20.30. Om lørdagen tog vi hen ad middagstid ind til Kasanga by og så den gamle protestantiske mission, solgte bibler og bøger, delte traktater ud og fik vores frokost ved den gamle kirke. Bagefter skulle vi have set fortet udefra og den tyske hule, men vi nåede kun et strejf af fortet udefra, før vi blev forvist til Kasanga by igen. Lidt underligt at oplevede, at historiske steder, hvor vi har kommet i årevis, pludselig bliver lukket for gæster. Trist for Tanzania og sørgeligt for ham, der ejer gæstehuset, hvor vi boede. Han havde heldigvis advaret os om, at militæret havde ændret proceduren for adgang til den tyske hule, så vi ikke blot kørte derhen først, som vi plejer. Men de få turister, der kommer i Kasanga, kommer der blandt andet for at se de historiske steder fra dengang, det var under tysk herredømme, og når de ikke kan få adgang dertil, så er der heller ikke så megen grund til at komme der og benytte gæstehuset. Da vi også oplevede en pludselig ændring ved bjergene udenfor Sumbawanga, som vi har besøgt mindst 40 gange uden nogen kvaler, så blev det nødvendigt at skrive et brev 10 Nr. 7 nov. 2012 65. árið

Kirkjuligt Missiónsblað til amtet her, så vi ved, hvad vi har at holde os til, når vi gerne vil vise de studerende og gæster naturen og de historiske steder. Om aftenen blev der tændt bål, sunget danske sange og leget Magrethe-skålen, som handler om at gætte personer. Peter opdagede hurtigt, at der er sket meget, siden vi rejste fra Danmark, både når der gælder tv-speakere, sangere og komikere. Det samme gjaldt alle de sange, der blev sunget dagen efter på vejen hjem. Der blev sunget nærmest i timer, og Peter kendte kun et par stykker af sangene Efter dansk gudstjeneste med skriftemål og altergang om søndagen, drog vi til Kalambo Falls. Det er naturmæssigt et fantastisk sted. Undervejs hjem blev der lige købt et par høns, og så stod Anne-Lene klar med gedesteg til middag til os alle, da vi kom hjem. Tænk sig at være på tur med 12 unge kristne. Det er fantastisk. Det lover godt for Danmarks fremtid, hvis vi alle er ligeså optaget af Guds Ord og holder fast ved det! Semestret lakker mod enden, og da vi bliver nødt til at afslutte en uge før pga. missionærkonference, har vi kun en uge tilbage af undervisningen, inden turen går mod Dar es Salaam, hvor årets missionærkonference finder sted. De studerende har dog fået arbejdsopgaver til den uge, hvor vi ikke er der. Kærlig hilsen og Guds fred Anne-Lene og Peter Kipilipigerne leger med børnene i Kasanga Der vælges danske sange ved bålet Kalambo Falls På kanten 11

Tvey týdningarmikil orð Tað var einaferð fyri mongum árum síðani, tá ið krossferðir vórðu gjørdar til Heilaga landið, at ein ungur breti, sum æt Gilbert Becket, var tikin til fanga í einum fremmandum landi. Seinni varð hann seldur sum trælur til ein fúrsta. Hjá fúrstanum mátti hann arbeiða í tí vakra urtagarðinum frá morgni til myrkurs. Dóttir fúrstans, sum plagdi at spáka sær í garðinum, legði til merkis henda vakra trælin, sum sá so sorgarbundin út. Fyrst græt hon hansara vegna, men sum tíðin leið, dámdi henni hann betur og betur. Hon setti sær fyri, at hon skuldi hjálpa honum at flýggja og at sleppa heim aftur til sítt føðiland. Hon royndi nakrar ferðir at hjálpa honum, men hvørja ferð miseydnaðust hennara royndir. At enda eydnaðist tað henni at fáa fatur í einum báti, og menninir umborð lovaðu henni, at teir skuldu sigla trælin út á hav og royna at fáa fatur í einum skipi, sum kundi føra hann til Onglands. Um náttina, meðan eingin sá tað, fór hon inn í smáttuna hjá honum, gav honum pengar og bað hann fara oman til bátin, sum bíðaði eftir honum. Gilbert Becket, sum hevði lagt til merkis, at fúrstadóttirin var góð við hann, segði við hana, at hann vónaði, at hon ein dag eisini fór at flýggja og koma til hansara í London, tí at hann elskaði hana og vildi fegin giftast við henni. Síðani kysti hann og vælsignaði hana og fór avstað. Úti á havinum eydnaðist tað Gilbert Becket at sleppa umborð á eitt skip, sum var á veg til Onglands. Eftir at Gilbert Becket var farin, longdist fúrstadóttirin ómetaliga nógv eftir honum. Hon hugsaði alla tíðina um hann, og við hvørt græt hon eisini eftir honum, men hon visti bara ikki, hvussu hon skuldi flýggja og koma sær til Onglands. Hon dugdi ikki enskt, og tað einasta, hon dugdi at siga, var Becket og London. At enda orkaði hon ikki at vera heima longur og mátti bara sleppa sær avstað á ein ella annan hátt. Tað eydnaðist henni eisini, og hon slapp við einum skipi, sum fór til Onglands. Tað einasta, sum hon segði, tá ið hon kom umborð á skipið, var Becket og London, og manningin lovaði henni at sleppa við. Teir skiltu, at hon skuldi til London, og ein dagin kom hon so til 12 Nr. 7 nov. 2012 65. árið

Onglands. Teinurin til London var kortini langur, men hon kom leiðina fram við at spyrja seg fyri ymsastaðni á vegnum, men einastu orðini hon segði vóru Becket og London, og so vístu nógv vinarlig fólk henni, hvørja leið hon skuldi ganga. Í London gekk hon og mól í gøtunum og spurdi eftir Becket. Fólkini, sum møttu henni, søgdu øðrum frá, at tey høvdu møtt eini gentu, sum leitaði eftir onkrum, sum æt Becket, og soleiðis kom søgan um hesa gentuna víða um í London. At enda kom hon í samband við onkran, sum kendi Becket, og sum fylgdi henni til hansara. Gilbert Becket varð sera fegin um at síggja hana aftur, tók um hana og saman fóru tey inn til hansara. Gentan var fegin um at hava funnið Gilbert, sum hon elskaði so høgt, og tey bæði vórðu gift og fingu børn. Eitt av teirra børnum var erkabispurin í Canterbury, sum kallaðist Thomas Becket. Gentan fann Becket við tveimum týdningarmiklum orðum. Vit finna eisini vegin til Himmals við tveimum týdningarmiklum orðum. Himmalin og Jesus vísa teimum kristnu vegin gjøgnum lívið og heim til Jesu kærleiksfulla favn. Leysliga umsett, Petra Gregersen Nýggir haldarar Eg ynski at halda Kirkjuligt Missiónsblað. Navn: Bústaður: Postnr. og bygd/býur: Undirskrift: At senda til: Kirkjuligt Missiónsblað, Kongsgil 23 kj., FO-100 Tórshavn 13

BARNASÍÐAN Petra Gregersen Saul Tá ið dómarin Sámuel varð vorðin gamal, ynskti ísraelsfólk sær kongsveldi. Tað dámdi Sámueli ikki, men hann eftirlíkaði kortini fólkinum og salvaði Saul sum fyrsta kong Ísraels. Saul var bæði stórur, prúður og vakur maður, og hann broyttist nógv, eftir at hann varð salvaður, tí andi Guðs kom yvir hann. Í fyrstuni var Saul ein góður kongur, sum var Guði lýðin, og tað gekk væl hjá honum. Hann var óførur í bardøgum og vann á fíggindunum, men sum tíðin leið, fór hann at byggja álit sítt á seg sjálvan og varð Guði ólýðin. Sámuel ávaraði hann, men hann lurtaði ikki eftir honum, og tað fór at ganga aftur á hond hjá honum. Hann fekk at vita, at fólk hildu Dávid vera betri hermann enn hann og gjørdist øvundsjúkur. Tá ið hann var illa fyri, plagdi Dávid at spæla hørpu fyri honum, og tá fekk Saul tað betur. Ein dagin, Dávid sat og spældi fyri honum, sendi hann eitt spjót eftir honum, men rakti hann ikki. Dávid var giftur við dóttir Sauls, sum æt Mikal. Hon hjálpti honum at flýggja undan Saul, men Saul royndi saman við hermonnum sínum at finna Dávid, so hann kundi drepa hann. Síðsti bardagi Sauls var móti filistum. Ísraelsmenn taptu, og tríggir synir hansara doyðu. Saul varð illa særdur, og tá ið hann sá, at ísraelsmenn høvdu tapt, bað hann skjaldsvein sín drepa seg. Tá ið sveinurin ikki vildi gera tað, gjørdi hann av við seg. 14 Nr. 7 nov. 2012 65. árið

BARNASÍÐAN 15

ANDAKT Gevið mær ljóð, tit tjóðir, og lýðið á meg, tit tjóðflokkar; tí at rættleiðing útgongur frá mær, rættur mín sum ljós fyri tjóðirnar; skundisliga nærkast mítt rættlæti, frelsa mín kemur undan, armar mínir veita tjóðunum rætt; á meg vóna fjarlagdar strendur og bíða við langtan eftir armi mínum. Jesaja 51,4-5 Tað er stórt at hugsa um, at Guð við sínum orði skapar tað, hann nevnir. Tá ið Guð skapti himmalin og jørðina, so gjørdi hann tað við at tala sítt orð, soleiðis sum sálmaskaldið sigur tað: Fyri Harranum má allur heimurin biva, fyri honum óttast øll, ið búgva á fold. Tí hann talaði, og so varð tað; hann beyð, og so tað stóð (Sl.33,8-9). Tí møta vit tí aftur og aftur í Guðs orði; gevið mær ljóð (...) og lýði á meg (...). Hví? Tí at rættleiðing útgongur frá mær, rættur mín sum ljós fyri tjóðirnar. Men hví er rættur tín sum ljós fyri tjóðirnar? Tá svarar Guð: Skundisliga nærkast mítt rættlæti, frelsa mín kemur undan, armar mínir veita tjóðunum rætt. Her sigur Guð tað sama upp á tríggjar mátar. Mítt rættlæti, mín frelsa og mínir armar, ella sum tað stendur longur niðri, armur mín. Her talar Guð um Jesus. Jesus er Guðs rættlæti. Hann er Guðs frelsa. Jesus er armur Harrans. Tá ið Guð talar nakað, so blívur tað sjónligt fyrr ella seinni. Tá ið Guð segði við Ábraham og Sáru, at tey skuldu vera foreldur at mongum tjóðum, tá vóru tey einsamøll og boðini frá Guði virkaðu heilt ómøgulig. Hebrearabrævið sigur okkum eisini, at tey doyðu í trúgv, uttan at hava ognast fyrijáttaninar; men tey sóu tær og heilsaðu teimum langt burtur frá og ásannaðu, at tey vóru fremmand og útlendingar á hesi jørðini (jvf. Heb.11,13). Ábraham kallaði seg Ábraham (faðir at mongum tjóðum) áðrenn hann sá nakað barn. Men hann hevði lyfti frá Guði og tað var betri, enn at síggja. Hoyr tí, hvat Guð sigur um arm sín, Jesus: Okkum til friðar kom revsingin niður á hann, og av sárum hans fingu vit heilsubót. Jes.53,5b Dan Jógvan Eliassen Umbróting: Brandur Petersen Prent: Estra Ábyrgd: Dan J. Eliassen Útgevari: Kirkjuliga Missiónsfelagið Kongsgil 23 kj. FO-100 Tórshavn Tlf.: 282006 T-postur: kmf@kmf.fo Heimasíða: www.kmf.fo Konta: 9181-495.337.3 Kirkjuligt Missiónsblað kemur út 8 ferðir um árið ( feb, mar, mai, jun, aug, sep, nov, og des) Haldaragjald: kr. 150,- Tað er ókeypis restina av 2012 16 Nr. 7 nov. 2012 65. árið