Trivnaðarætlan fyri Kvívíkar skúla

Relaterede dokumenter
Trivnaðarætlan fyri Kvívíkar skúla

- Webundersøgelse, Fólkaskúlaráðið, oktober Fólkaskúlaráðið. Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på

Under arbejdet med kunngerðini er jeg blevet opmærksom på 3 områder i loven, jeg mener vi lige må tænke over en ekstra gang.

Lærarafundur 8 sept. 2015

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál. Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál

Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin. Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014

Arbeiðssetningur 3. september 2007

Leiðarans leiklutur og samskifti í broytingum

MÁL OG MIÐ ALMENN FYRIBYRGING Í SSP

HAPPING Í FÓLKASKÚLANUM

Happing á dagstovni - ella - tá ið smábørn happa ella verða happaði

Bakstøði Ynski var: - At lýsa teir møguleikar og tær treytir eldri fólk í Føroyum hava fyri einum góðum lívi í eldri árum - At lýsa hvørji átøk kunnu

MENNINGARÆTLAN FYRI DAGSTOVNIN Í ØKSNAGERÐI

forbindelse med både ansættelse, ændring i ansættelsesforhold og ved afslutning af ansættelsen.

Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar

Námsferð 25. mai 5. juni 2017

Mette stange Lena Jacobsen týddi OG FLOKSLEIÐSLA

SSP lítur aftur um bak

ABC fyri sálarliga heilsu. Hvat er ABC-ætlanin?

hægri útbúgvingartilboð í Føroyum er tað møguligt? Hannes Gislason, Prof., PhD., deildarleiðari, Náttúruvísindadeildin

TILMÆLI UM SKU LABYGNAÐ OG LÆRIUMSTØÐUR

Ferðafra søgn. Í Íslandi og Danmark januar 2015

UNDIRVÍSINGARÆTLAN ÍTRÓTTAEFTIRSKÚLIN Í SUÐUROY SKÚLAÁRIÐ

Sagsøgeren har påstået sagsøgte dømt til at betale kr. med procesrente fra den 26. juni 2003, subsidiært procesrente fra den 22. april 2008.

ABC fyri sálarliga heilsu. Hvat er ABC-ætlanin?

Frágreiðing frá Skipaeftirlitinum um arbeiðsvanlukku umborð á Túgvusteini hin

Blákrossheimið Ársfrágreiðing 2017

Heilsu- og innlendismálaráðið

Heilsu- og innlendismálaráðið

Vøkstur í bláa tilfeingisbúskapinum

Børn og doyving Kunning til foreldur

Fólkaheilsukanning Hvussu hevur tú tað 2015

Vælkomin til Byggivirkið KBH Sp/f

Prát um rúsdrekka. Undirvísingartilfar um ung og rúsdrekka

Tilmæli. Førleikamenning tørvur og skipan. 17. desember. Fólkaskúlaráðið

Sáttmáli millum Føroya Tekniska Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið um arbeiðstíð og yvirtíð

samstarva At veita eina um skjóta hettar og tilboðið: goða viðgerð til kvinnur við burðartunglyndi.

11. december (Indsendelsesbekendtgørelsen) Kapitel 1 Anvendelsesområde

Tøl um royking í Føroyum

ES-fyriskipanin um persónsdátuvernd

HEVUR JESUS NAKRAN TÝDNING

OVERENSKOMST FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ FARMAKONOMFORENINGEN MELLEM

SÁTTMÁLI MILLUM FARMAKONOMFORENINGEN OG FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ

OVERENSKOMST 2011 til 2015

Frágreiðing frá arbeiðsbólki, ið skal lýsa hvørji átøk kunnu gerast til tess at fyribyrgja at borgarar enda uttanfyri arbeiðsmarknaðin

Fylgiskjøl 2-11 til tilmælið

LIMABLAÐ NR.2 JUNI Stór krøv til almenna geiran. Eir í Ólavsstovu: Hetta er mítt arbeiði. Eftir arbeiðstíð. Kim er skipari á LÍV

HEIMS MEISTARA KAPPING FYRI LÆRLINGAR

Liðugfráboðan til eftirlits av Brunaávaringarskipan

TILRÁÐING UM SKÚLAGONGDINA INNAN HANDILSYRKIÐ. Tilevnað av arbeiðsbólki settur av Yrkisútbúgvingarráðnum

Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding av elinnleggjarum

Reglur annars um skeiðsluttøku, ábyrgd, samskifti, ferðaendur gjald, fráboðan o.a. eru á nam.fo / Skeið / Skeiðsreglur.

Námsfrøðisligur fundur 13 januar

Suðuroyar Sparikassi P/F

Almannastovan. Almannastovan. Skjal 11. Dagur J. nr I. Almanna- & Heilsumálastýrið Fyrisitingardeildin Eirargarður Tórshavn

Tilmæli um serliga skipað miðnám sum heildartilboð til ung við serligum tørvi

Tine Færch Jørgensen. Til Trafik- og Byggestyrelsen

Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland

Klagan til TV2. Hvat kann gerast. Upplivdi illveðrið í 1932, ið beindi fyri formanni í FF. Livravirkið á Eiði. Frásøgn hjá Andrew Godtfred:

Yrkisrættaða verkætlanin

Uppskot til. ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar partar av broytingum í hjúnabandslógini og rættarvirknaðarlógini

Vegleiðing at dagføra GPS-kort. Tillukku við tínum keypi av GPS-korti. Kortið fevnir um Føroyar.

Løgmansskrivstovan. Løgtingið Dagfesting: 11. november 2016 Mál nr.: /16 Málsviðgjørt: GJ

Kunngerð. grannskoðaraváttanir v.m.

Mikudagin TANN 15. apríl verður ráðstevna á Hotel Føroyum um multiresistentar bakteriur og antibiotikaresistens

Á lit um. Gagnný tslu av Sku ladeplinum í Suðuroý

Bygnaðarbroytingar, tænastumenn og grundgevingar

Kirkjuligt Missiónsblað

Reglugerð fyri føroysk meistarastig

Givið út 30. mai 2017

Integrasjónsálit INNLENDISMÁLARÁÐIÐ

Miðnámsrit. Um blaðið. 7 september Góðu lesarar!

Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark. Ársfrágreiðing

Løgtingsmál nr. 84/2010: Uppskot tilríkislógartilmæli um gildiskomu í Føroyum av lóg um Fólkatingsumboðsmann. U p p s k o t. til

Gott at vita við útskriving & heimavitjan

Spurningar og svør frá aðalfundinum í 2014

Hugburður til føroysk yrkisorð

Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging

ARB-Vegleiðing Vegleiðing í nýtslu av kanningarblaðið Dykkermedisinsk undersøgelse 2010/01 Arbeiðseftirlitið

O livia W.H ansen. L æ raravegleiðin g

Uppskot. til. Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta soljóðandi uppskot til kongliga fyriskipan í gildi fyri Føroyar:

Innihald INNGANGUR UM KANNINGINA UM BMI-KANNINGAR AV BØRNUM KANNING AV BMI HJÁ BØRNUM Í 1. FLOKKI...11

13 Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Kæra um ótolandi viðurskiftini hjá ljósmøðrunum á Landssjúkrahúsinum

Kirkjuligt Missiónsblað

LEIÐREGLUR FYRI EMBÆTISFÓLK Í LANDSFYRISITINGINI

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr Størv í part. Nógv skal til at venda gongdini. Tema: menning av sjúkrarøktini

Álit. viðvíkjandi. víðkan av føroysku útbúgvingarstuðulsskipanini til allar lesandi føroyingar uttanlands

Samandráttur av øllum uppskotunum

Kommunusamanlegging - hvat siga suðringar?

Løgtingsmál nr. 59/2014: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar

Kirkjuligt Missiónsblað

Enok maðurin, sum gekk við Gudi

Ársfundur hjá Landsneti

H17a lívfrøði C undirvísingarfrágreiðing. 1

Strongdkanning av limum hjá Starvsmannafelagnum. Gjørd av Fegin Ábyrgdari: Niclas Heri Jákupsson

Síða 1 av 7. Inngangur

Sigurd fekk medalju fyri sigling í krígstíð í Íslandi

Kirkjuligt Missiónsblað

Transkript:

Trivnaðarætlan fyri Kvívíkar skúla Endamálið er, at vit hava tað gott og kenna okkum væl við teimum, vit eru saman við. At vit trívast í skúlans umhvørvi. Øll skulu virðast sum einstøk menniskju, soleiðis sum vit eru, men samstundis skulu øll viðurkenna tann felagsskapin, vit eru ein partur av. Øll skulu hava somu møguleikar at læra og mennast.

Trivnaðarætlanin fyri Kvívíkar skúla skal verða ein leiðbeinandi arbeiðsætlan, ið altíð skal kunna tillagast. Høvuðsendamálið við trivnaðarætlanini er, at vit hava eina ætlan um, hvussu vit arbeiða við trivnaði, hvussu vit fyribyrgja happing og hvat møguliga kann gerast, tá happing fyrigongur. Vit vilja arbeiða fyri trivnanum hjá næmingunum og soleiðis eisini fyribyrgja og basa happing. Men hvat ér happing, og hvussu skal fyribrigdið happing skiljast? Í Kvívíkar skúla taka vit støði í allýsingini hjá Helle Rabøl Hansen: Mobning er en gruppes forfølgelse eller udelukkelse af en enkelt person på et sted, hvor denne person er tvunget til at være (Hansen, Grundbog mod mobning, Gyldendal, 2005). Happing skal steðgast skjótast gjørligt. Tað er galdandi fyri alla happing, bæði ta beinleiðis persónligu happingina, áhaldandi útihýsan av ávísum persónum, bólkatrýsti, happing á miðlum og neiligum gerðum mótvegis øðrum. Arbeiðast skal ímóti bæði likamligari, sálarligari og sosialari happing. Status 2014: Í 2014 skipaði Kvívíkar skúli fyri eini trivnaðarkanning, har allir næmingarnir í Kvívíkar skúla luttóku. Endamálið varð m.a. at fáa eina støðumynd av trivnaðinum í Kvívíkar skúla. Tann eini spurningurin ljóðaði soleiðis: Hvussu dámar tær at ganga í skúla? Soleiðis svaraðu næmingarnir: illa: 4 %, ikki væl: 2 %, hampuliga: 8 %, væl: 47 %, sera væl: 39 % Ein spurningur ljóðaði: Hvussu dámar tær í fríkorterinum? Næmingarnir svaraðu soleiðis: illa: 0 %, ikki væl: 0 % hampuliga: 11 %, væl: 39 %, sera væl, 50 %. Spurningur: Kemur tað fyri, at tú verður happað/ur? Ja: 0 %, ofta: 2 %, viðhvørt: 25 %, sjálvdan: 12 %, nei: 61 % Spurningur: Kemur tað fyri, at tú happar onnur? Ja: 0 %, ofta: 0 %, viðhvørt: 2 %, sjálvdan: 8 %, nei: 90 % Spurningur: Kemur tað fyri, at tú hevur ilt í høvdinum? Ja: 4 %, ofta: 2 %, viðhvørt: 23 %, sjálvdan: 23 %, nei: 48 % Spurningur: Kemur tað fyri, at tú hevur ilt í búkinum? Ja: 4 %, ofta: 7 %, viðhvørt: 28 %, sjálvdan: 22 %, nei: 39 % Spurningur: Lita andlitið, hvussu tú hevur tað í skúlanum fyri tíðina? Smiley: 77 %, hampuligt/neutralt: 19 %, kedd/ur: 4 %

Harumframt varð eisini í kanningini spurt inn til heimaarbeiði, arbeiðslag, røkjuskap og hvussu tað stóð til hjá næmingunum í ymsu lærugreinunum. Trivnaðurin í Kvívíkar skúla skal byggja á nøkur hugtøk úr Virðisgrundarlagnum fyri skúlan. Hugtøkini trivnaðurin skal grundast á, eru: Virðing, ábyrgd, álit og opinleiki. Virðing: At ymiskleikin hjá tí einstaka skal virðast, eins og felagsskapurin skal virðast gjøgnum felags reglur, mannagongdir og viðtøkur. Dentur verður lagdur á eitt opið, álitisfult og virðiligt samstarv. Ábyrgd: At hvør einstakur persónur við tilknýti til Kvívíkar skúla skal taka ábyrgd fyri, at skúlin ber framá til gagns fyri menning og breiðan vøkstur fyri okkum øll. Álit: At vit gjøgnum opið og virðiligt samskifti vísa hvør øðrum sínámillum álit. Opinleiki: At tankar, kenslur og meiningar verða greitt, týðiliga og skilliga orðaðar, soleiðis at vit hava eina felags fatan av hvørjar forðingar, møguleikar og avbjóðingar vit standa yvirfyri. Fyri at menna trivnaðin hjá næmingunum og fyribyrgja happing vil skúlin arbeiða fyri: At skapa fastar rammur sum økja um næminganna medábyrgd, tryggleika og trivnaði gjøgnum regluligt samskifti, viðtalur og ymisk onnur átøk. At skúlaleiðarin javnan og áhaldandi tosar við flokslærararnar og lærararnar um trivnaðin í einstøku flokkunum. Skúlaleiðarin skal gera alt fyri, at lærararnir menna teirra førleikar í mun til at økja um sosiala trivnaðin, umframt fyribyrgja og mótarbeiða happing ímillum næmingarnar. At flokslærarin javnan og eftir tørvi arbeiðir fyri trivnaðinum í flokkinum. At trivnaðurin í einstøku flokkunum verður viðgjørdur til árligu foreldrafundirnar, har flokslærarin samskiftir við foreldrini um, hvussu hann arbeiðir við trivnaði í sínum flokki. At trivnaðurin hjá hvørjum einstøkum næmingi verður viðgjørdur til tær báðar fastløgdu næminga-foreldraviðtalurnar, ið eru hvørt skúlaár. At næmingasamrøður verða skipaðar eftir tørvi, har trivnaður er á dagsskrá. At tað regluliga verður skipað fyri fundum í Førleikastovuni, har tað verður samstarvað um trivnaðin hjá næmingum skúlans.

At AKT-lærarin í samráð við skúlaleiðaran, flokslærararnar og lærararnar arbeiðir við atferðini, kontaktini og trivnaðinum hjá næmingum skúlans. At vit samstarva við møguligar aðrar fakpersónar og myndugleikar, tá tað er tilráðiligt t.d. Sernám, barnavernd, heilsusystir etc. At lærararnir sýna fyrimyndarligan atburð, og nýta virðiligan málburð. At vit regluliga observera og spyrja inn til trivnaðin hjá næmingunum, at vit hjálpa til við at taka hond um og loysa konfliktir, og at vit grípa inn beinanvegin, tá okkurt keðiligt er í umbúna. At vit taka okkara garðvaktarskipan í størsta álvara, soleiðis at vit so vítt møguligt síggja, hvat hendir millum næmingarnar í fríkorterinum. At vit lærarar gjøgnum regluligt samskifti við hvønn annan, gjøgnum lesnað og førleikamennandi skeið økja um okkara tilvitan, uppmerksemi og vitan um trivna og happing. At næmingarnir verða gjørdur varugur við, at teir altíð kunnu venda sær til lærararnar, um eitthvørt er á vási. At fáa næmingar, næmingabólkar og flokkar at siga frá og ikki góðtaka, at næmingar verða happaðir ella útihýstir frá felagsskapinum. At spæliliðið hvørja viku skipar fyri spølum, har allir næmingar skúlans eru við. Her skulu 7. floksnæmingarnir fyrimyndarliga vísa yngru næmingunum á skúlanum, hvussu mann spælir saman, har øll eru við í sannari spæligleði. At næmingarnir í 4. flokki, í samband við SSP tiltak, hvørt skúlaár arbeiða við, hvussu mann samskiftir virðiliga á netinum, soleiðis at øll kunnu kenna seg tryggari á netinum At vit eins og undanfarnu ár skipa fyri garð-, hugna og trivnaðardegi, har allir næmingarnir og foreldur teirra koma til felags aktivitetsdag í skúlagarðinum. At lætta um yvirgongdina hjá børnunum frá at ganga í barnagarð til at ganga í skúla. Hetta gera vit eins og undanfarnu ár við at samstarva við barnagarðin um skúlabólkin, soleiðis at børnini læra skúlans umstøður at kenna, at tey regluliga vitja skúlan og m.a. fáa undirvísing frá lærara í skúlanum í minsta lagi 1. tíma um vikuna. Soleiðis hava børnini og teirra komandi skúlaleiðari og flokslærari í ávísan mun lært hvønn annan at kenna, áðrenn børnini koma í skúla.

Fyri m.a. at lætta um trivnaðin hjá næmingunum, tá teir flyta frá Kvívíkar skúla til Vestmanna skúla, er skjøtul settur á samstarv millum skúlarnar báðar, soleiðis at næmingarnir læra sín komandi skúla og sínar komandi floksfelagar at kenna. Skúlastýrið: Leiklutur og uppgávur í samband við trivnaðarætlan At trivnaðarætlanin verður løgd fram og viðgjørd í skúlastýrinum, soleiðis at bæði foreldraumboð, kommunuumboð og skúlaumboðini í felag fáa høvi at viðgera trivnaðarætlanina. At skúlastýrið fær høvi at fyrihalda seg konstruktivt til trivnaðarætlanina og inspirera til møguligar jaligar tillagingar av ætlanini. At viðvirka til, at trivnaðarætlanin verður endurnýggja 5. hvørt ár. At arbeiða fyri, at foreldrini taka medábyrgd í samband við trivnaðin hjá næmingunum. At arbeiða fyri, at kommunan ger sítt til, at umstøðurnar verða so góðar sum gjørligt, soleiðis at trivnaðurin í mest møguligan mun verður stimbraður. At verða bindilið millum foreldrini, kommununa og skúlan At virka fyri, at felagsforeldrafundirnir, ið skúlastýrið skipar fyri, eisini viðgera evni í samband við trivna og happing.