Heilsu- og innlendismálaráðið
|
|
- Jonathan Jepsen
- 5 år siden
- Visninger:
Transkript
1 Heilsu- og innlendismálaráðið Løgtingið Dagfesting: 5. januar 2018 Mál nr.: 17/ Málsviðgjørt: MHR Løgtingsmál nr. xx/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om forældremyndighed og samvær Uppskot til Løgtingslóg um broyting í Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om forældremyndighed og samvær (Broytingar sum avleiðing av ættleiðingarlógini) 1 Í anordning nr. 228 frá 15. mars 2007 om ikrafttræden for Færøerne af lov om forældremyndighed og samvær, sum broytt við 12 í løgtingslóg nr. 78 frá 29. mai 2017 um broyting í ymiskum lógum á málsøkinum persóns-, húsfólka- og arvarætti, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Aftan á 5 verður sett: 5 a. Foreldur, ið saman hava ættleitt eitt barn, hava felags foreldramyndugleika. Stk. 2. Eitt foreldur, ið hevur ættleitt eitt barn einsamalt, hevur foreldramyndugleikan einsamalt, sbr. tó stk. 3. Stk. 3. Foreldur hava foreldramyndugleikan í felag, tá ið annað av foreldrunum, hevur ættleitt barnið hjá hinum sambært 6, stk. 1, í ættleiðingarlógini , stk. 2, verður orðað soleiðis: Stk. 2. Foreldramyndugleikin kann sambært avtalu, ið er góðkend av Familjufyrisitingini, flytast til onnur enn ein av foreldrunum. Foreldramyndugleikin kann flytast til eini hjún ella eitt samlivandi par, íroknað annað av foreldrunum og hjúnafelagan ella samlivaran hjá viðkomandi. Avtalan verður góðkend, uttan so at hon er í stríð við, hvat tænir barnsins besta. Er eitt mál um foreldramyndugleika lagt fyri rættin, kann avtalan góðkennast av rættinum. 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi Ólavsøkudag 2018.
2
3 Kapittul 1. Almennar viðmerkingar 1.1. Orsøkir til uppskotið Lógaruppskotið er gjørt, sum avleiðing av lógaruppskotinum um løgtingslóg um ættleiðing. Lógaruppskotið um løgtingslóg um ættleiðing mælir m.a. til, at ógift samlivandi fáa møguleika at ættleiða saman, soleiðis at ógift samlivandi verða javnsett við hjún í ættleiðingarhøpi Endamálið við uppskotinum Endamálið við uppskotinum er at fremja broytingar í foreldramyndugleikalógini, sum er Anordning nr. 228 af 15. mars 2007 om ikrafttræden for Færøerne af lov om forældremyndighed og samvær, sum avleiðing av lógaruppskotinum um løgtingslóg um ættleiðing, ið verður løgd fram samstundis við hesum lógaruppskotinum. Uppskotið til løgtingslóg um ættleiðing skal koma í gildi í staðin fyri galdandi ættleiðingarlóg, sum er Anordning nr frá 25. november 2006 for Færøerne, sum broytt við anordning nr. 398 frá 20. apríl 2010 og við løgtingslóg nr. 78 frá 29. mai 2017 um broyting í ymiskum lógum á málsøkinum persóns-, húsfólka- og arvarætti) (Myndugleikaflyting orsakað av yvirtøku av málsøkinum). Endamálið við uppskotinum er sostatt at fáa foreldramyndugleikalógina og ættleiðingarlógina at samsvara hvør við aðra, soleiðis at ógift samlivandi, ið ættleiða saman, eisini verða javnsett við hjún í mun til foreldramyndugleikaspurningin. Endamálið við uppskotinum er umframt omanfyristandandi at víðka foreldramyndugleikalógina í mun til flyting av foreldramyndugleika soleiðis, at foreldramyndugleiki eisini kann flytast til ógift samlivandi, hetta sum ein avleiðing av, at ógift samlivandi fáa felags foreldramyndugleika. At enda er endamálið við uppskotinum eisini at nágreina staðsetingina av foreldramyndugleika í mun til ættleiðing soleiðis, at ivi ikki kann vera sáddur um hjá hvørjum, foreldramyndugleikin er staðsettur Galdandi lóggáva Foreldramyndugleiki í samband við ættleiðing og flytan av foreldramyndugleika Galdandi lóggáva Sambært 16, stk. 1 í galdandi ættleiðingarlóg, íkoma somu rættarligu viðurskifti millum ættleiðara og barn, ið er ættleitt, sum millum foreldur og egið barn í samband við tilsøgn um ættleiðing. Sambært stk. 2 í ásetingini íkoma tey somu rættarligu viðurskiftini millum ættleidda barnið og hjúnafelagarnar, sum var barnið teirra felags barn, um eini hjúnafelagin stjúkbarnaættleiðir barnið hjá hinum hjúnafelaganum, Barnið verður tískil stillað á sama hátt, sum um ættleiðararnir høvdu verið foreldur hjá barninum longu frá føðing. Rættarstøðan sambært 16 í galdandi ættleiðingarlóg millum ættleiðara og ættleitt barn fevnir m.a. um foreldramyndugleikan yvir barnið. Ættleiðingarlógin inniheldur sostatt ikki ásetingar, ið beinleiðis regulera foreldramyndugleika í samband við tilsøgn um ættleiðing. 3 / 11
4 Fram til 2007 vóru ásetingarnar um foreldramyndugleika at finna í myndugleikalógini (lov om umyndighed og værgemål). 29 í lógini var ein áseting, ið viðvíkti foreldramyndugleikanum í mun til ættleitt børn. Ásetingin var soljóðandi: Forældremyndigheden over adoptivbørn tilkommer adoptanten. Med hensyn til de børn, der er adopteret af ægtefæller, såvel som mandens af hustruens adopterede ægtebørn og hustruens af manden adopterede børn gælder samme regler om ægtefællers fællesbørn. Ásetingin varð strikað í samband við at galdandi foreldramyndugleikalóg varð sett í gildi. Orsøkin til hetta var, at í áliti (betænkning) nr. 985 frá 1983 um foreldramyndugleika og samveru, ið varð skrivað av einum arbeiðsbólki undir danska Løgmálaráðnum, varð mælt til, at ásetingin varð strikað, tí mett var at ásetingin var óneyðug orsakað av 16 í ættleiðingarlógini. Ásetingar um foreldramyndugleika eru í dag sostatt í foreldramyndugleikalógini, ið ikki inniheldur ásetingar, ið beinleiðis regulera spurningin um foreldramyndugleika í samband við ættleiðing. 16, stk. 1 og 2 í ættleiðingarlógini um rættarstøðuna millum ættleiðara og ættleidda verður tulkað sum innihaldandi eina ávísing til ásetingarnar um foreldramyndugleika í foreldramyndugleikalógini, soleiðis at hesar ásetingar eisini verða nýttar í mun til ættleiðing. Kap. 1 í foreldramyndugleikalógini inniheldur ásetingar um, hvør hevur foreldramyndugleikan í samband við at barnið verður føtt, og hvussu foreldramyndugleikin eftirfylgjandi kann broytast. Viðkomandi fyri spurningin um foreldramyndugleika í samband við ættleiðing er 4 í lógini, sambært hvørjum foreldur, ið eru gift við hvørjum øðrum, tá ið barn verður føtt, hava felags foreldramyndugleika. Hetta er tó ikki galdandi, um hjúnafelagarnir, tá ið barnið er føtt, eru sundurlisin (separeraði). Í so fall hevur mamman foreldramyndugleikan einsamøll, uttan so at samlívið millum hjúnafelagarnar verður endurupptikið, ella foreldrini hava gjørt avtalu um hava foreldramyndugleikan í felag sambært 6 í lógini. Sambært foreldramyndugleikalógini hava foreldur, ið ikki eru gift við hvørjum øðrum, foreldramyndugleikan í felag um tey sambært 6 í lógini hava gjørt eina avtalu um at hava foreldramyndugleikan í felag. Í øðrum førum hevur mamman foreldramyndugleikan einsamøll. Tá ið hesar ásetingar verða nýttar í mun til foreldramyndugleika í samband við ættleiðing, innibera tær, at hjún hava foreldramyndugleikan í felag, tá ið tey ættleiða saman. Somuleiðis hava hjún foreldramyndugleikan í felag, tá ið annað av foreldrunum ættleiðir barnið hjá hinum hjúnafelaganum (stjúkbarnaættleiðing). At enda, hevur tann, ið ættleiðir eitt barn einsamallur, foreldramyndugleikan einsamallur. Sambært orðaljóðinum í 16, stk. 1 og 2 í ættleiðingarlógini, samanborið við 4 og 5 í foreldramyndugleikalógini, vilja ógift samlivandi, ið ættleiða saman (íroknað stjúkbarnaættleiða eitt barn), ikki fáa foreldramyndugleikan í felag. Í mun til flytan av foreldramyndugleika framgongur tað av 10, stk. 1, 2. pkt. í foreldramyndugleikalógini, at foreldramyndugleikin kann flytast til eini hjún, íroknað til annað av foreldrunum og hjúnafelagan hjá hesum. Sambært galdandi rætti kann foreldramyndugleikin sostatt ikki flytast til eitt ógift samlivandi par ella til annað av foreldrunum og samlivaran hjá hesum Hugsanin hjá Heilsu- og innlendismálaráðnum 4 / 11
5 Sum tað framgongur av løgtingslógaruppskotinum um ættleiðingarlógina, hava ógift samlivandi sambært galdandi rætti ikki møguleika fyri at ættleiða saman, men sambært lógaruppskotinum um ættleiðingarlógina fáa tey høvi at ættleiða saman sambært somu ásetingum sum hjún. Sum avleiðing av, at ógift samlivandi sambært lógaruppskotinum um løgtingslóg um ættleiðing fáa høvi at ættleiða saman, eiga ógift samlivandi, ið ættleiða saman, íroknað stjúkbarnaættleiða, at stillast á sama hátt sum hjún í mun til foreldramyndugleikaspurningin. Hetta orsakað av, at endamálið við at geva ógiftum samlivandi atgongd til at ættleiða saman er at tryggja rættin hjá barninum til tvey foreldur, og at geva báðum foreldrum somu rættindi og skyldur í mun til barnið. Samlivandi, ið ættleiða saman, eiga sostatt meinlíkt hjúnum, sjálvvirkandi at fáa felags foreldramyndugleika yvir barnið í samband við ættleiðing. Eisini eiga tey at fáa felags foreldramyndugleika í samband við stjúkbarnaættleiðing. Sum ein avleiðing av, at ógift samlivandi, ið ættleiða saman, íroknað stjúkbarnaættleiða, sambært lógaruppskotinum stillast á sama hátt sum hjún í mun til foreldramyndugleikaspurningin, eigur spurningurin um flyting av foreldramyndugleika til hjún eisini at verða víðkaður til at fevna um samlivandi, til tess at tryggja at samlivandi javnsetast við hjún Tilmæli um skipan Mælt verður til, at ein nýggj áseting ( 5 a) verður sett í foreldramyndugleikalógina, ið tryggjar, at ógift samlivandi, ið ættleiða saman, íroknað stjúkbarnaættleiða, fáa foreldramyndugleikan í felag. Harvið slepst undan, at ivi verður sáddur um spurningin um foreldramyndugleika. Við hesari broyting verður 16, stk. 1 og 2 í ættleiðingarlógini greið, í mun til spurningin um foreldramyndugleika. Ásetingin verður sett inn í foreldramyndugleikalógina saman við hinum ásetingunum um foreldramyndugleika soleiðis, at foreldramyndugleikalógin inniheldur eina samlaða regulering av staðsetingini av foreldramyndugleika, undir hesum eisini í mun til ættleiðing. Fyri at tryggja, at samlivandi verða javnsett við hjún, verður eisini mælt til, at 10, stk. 2 í foreldramyndugleikalógini verður víðkað soleiðis, at foreldramyndugleiki eisini kann flytast til eitt ógift samlivandi par, ella til annað av foreldrunum og samlivaran hjá hesum. Sambært foreldramyndugleikalógini 5 hevur mamman, sum nevnt, foreldramyndugleikan einsamøll í teimum førum, har tað sambært foreldramyndugleikalógini ikki er felags foreldramyndugleiki. Í mun til einaættleiðarar verður mælt til, at ásetingin verður nágreinað soleiðis, at tað kemur at standa greitt í lógini, at ein einaættleiðari óansæð kyn sjálvvirkandi hevur einaforeldramyndugleikan Samandráttur av nýskipanini við uppskotinum Uppskotið er gjørt, sum avleiðing av lógaruppskotinum um løgtingslóg um ættleiðing. Lógaruppskotið um løgtingslóg um ættleiðing mælir m.a. til, at ógift samlivandi fáa møguleika at ættleiða saman soleiðis, at ógift samlivandi verða javnsett við hjún í ættleiðingarhøpi. 5 / 11
6 Broytingarnar skulu sostatt tryggja, at ógift samlivandi verða javnsett við hjún eisini í mun til foreldramyndugleikaspurningin. Broytingarnar eru í høvuðsheitunum hesar: ein nýggj áseting verður sett inn sum 5 a í foreldramyndugleikalógina. 5 a, stk. 1 inniber, at foreldur, ið saman hava ættleitt eitt barn, hava felags foreldramyndugleika óansæð um barnið verður ættleitt av einum hjúnum ella av einum ógiftum samlivandi pari, hetta ger seg eisini galdandi í mun til stjúkbarnaættleiðing, sbr. 5 a, stk a, stk. 2 nágreinar, at eitt foreldur, ið hevur ættleitt eitt barn einsamalt, hevur foreldramyndugleikan einsamalt, sbr. tó stk , stk. 2, 2. pkt. verður víðkað soleiðis, at foreldramyndugleikin eisini kann flytast til eitt ógift samlivandi par, ella til annað av foreldrunum og samlivaran hjá hesum Ummæli og ummælisskjal 6 / 11
7 Kapittul 2. Avleiðingarnar av uppskotinum 2.1. Fíggjarligar avleiðingar fyri land og kommunur Ongar fíggjarligar avleiðingar eru av lógaruppskotinum fyri land og kommunur Umsitingarligar avleiðingar fyri land og kommunur Í mun til broytingina av ásetingini um flyting av foreldramyndugleika, soleiðis at foreldramyndugleiki kann flytast til ógift samlivandi par, íroknað til annað av foreldrunum tað og samlivaran hjá hesum, hevur lógaruppskotið við sær broytingar í arbeiðsuppgávunum hjá Familjufyrisitingini. Lógaruppskotið hevur ongar umsitingarligar avleiðingar fyri kommunur Avleiðingar fyri vinnuna Lógaruppskotið hevur ongar fíggjarligar ella umsitingarligar avleiðingar fyri vinnuna Avleiðingar fyri umhvørvið Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri umhvørvið Avleiðingar fyri serstøk øki í landinum Lógaruppskotið hevur ikki serligar fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum við sær Avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir Lógaruppskotið hevur avleiðingar fyri ávikavist ættleiðarar, ættleitt børn, samlivandi og børn hjá samlivandi. Lógaruppskotið hevur við sær, at samlivandi framyvir á jøvnum føti við hjún fáa møguleika fyri at fáa foreldramyndugleikan fluttan til sín. Uppskotið, um at geva ógiftum samlivandi møguleika fyri at fáa foreldramyndugleikan fluttan til sín, íroknað stjúkbarnaættleiða, á sama hátt sum hjún, viðførir eina økta javnstøðu millum hjún og ógift samlivandi - umframt eina økta javnstøðu millum børn hjá ógiftum foreldrum og børn hjá hjúnum. Lógaruppskotið ávirkar ikki ta kynsligu javnstøðuna orsakað av, at lógaruppskotið, eins og er galdandi fyri hjún, eisini fevnir um samlivandi av sama kyni. Lógaruppskotið hevur útyvir omanfyristandandi ikki aðrar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir Millumtjóðasáttmálar á økinum Tað eru ongir millumtjóðasáttmálar á økinum, ið lógaruppskotið fevnir um, og sum Føroyar hava skyldu at fylgja. 7 / 11
8 2.8. Tvørgangandi millumtjóðasáttmálar 1) Evropeiski mannarættindasáttmálin, EMRS, Anordning nr. 136 af 25. februar 2000 om ikrafttræden for Færøerne af lov om den europæiske menneskerettighedskonvention. Sáttmálin varð settur í gildi fyri Føroyar við lóg tann 1. maj Lógaruppskotið viðførir, at ættleitt børn, ið veksa upp í familjum, har foreldrini ikki eru gift, ikki longur verða viðgjørd øðrvísi enn ættleitt børn, ið veksa upp í familjum, har foreldrini eru gift í mun til foreldramyndugleika. Endamálið er sostatt at tryggja rættin hjá barninum til tvey foreldur, og at geva báðum foreldrum somu rættindi og skyldur í mun til barnið Lógaruppskotið viðførir eisini, at samlivandi verða javnsett við hjún, í mun til at foreldramyndugleiki eisini kann flytast til eitt ógift samlivandi par, ella til annað av foreldrunum og samlivaran hjá hesum. Mett verður, at henda broyting í størri mun tryggjar, at krøvini í ávikavist grein 8 um rættin til familjulív og grein 14 um forboð móti mannamuni verða lokin. Lógaruppskotið er ikki í stríð við EMRS. 2) Sáttmáli Sameindu Tjóða um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, ið áleggur limalondunum at menna og fremja politikk, lógir og fyrisitingarlig mál, ið skulu tryggja rættindi hjá fólki, ið bera brek. Uppskotið hevur ongar fylgjur í mun til nevnda sáttmála. Uppskotið er ikki viðkomandi fyri nevnda sáttmála Marknaforðingar Uppskotið hevur ongar slíkar avleiðingar Revsing, útpanting, sektir ella onnur størri inntriv Skattir og avgjøld Gjøld Áleggur lógaruppskotið fólki skyldur? Leggur lógaruppskotið heimildir til landsstýrismannin, ein annan enn landsstýrismannin ella til kommunur? Gevur lógaruppskotið almennum myndugleikum atgongd til privata ogn? 8 / 11
9 2.16. Hevur lógaruppskotið aðrar avleiðingar? Uppskotið hevur ikki aðrar avleiðingar Yvirlit yvir avleiðingarnar av uppskotinum Fíggjarligar ella búskaparligar avleiðingar Umsitingarligar avleiðingar Umhvørvisligar avleiðingar Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur Sosialar avleiðingar Fyri landið ella landsmyndugleikar Fyri kommunalar myndugleikar Fyri pláss ella øki í landinum Fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir Fyri vinnuna Nei Nei Nei Nei Nei Ja Nei Nei Nei Nei Nei Nei Nei Nei Nei Nei Nei Nei Ja Nei Nei Ja 9 / 11
10 Kapittul 3. Serligar viðmerkingar Til 1 Til nr. 1. Kapittul 1 í foreldramyndugleikalógini inniheldur ásetingar um, hvør hevur foreldramyndugleikan í samband við, at barnið verður føtt, og hvussu foreldramyndugleikin eftirfylgjandi kann broytast. Sambært 4, 1. pkt. í lógini hava foreldur, ið eru gift við hvørjum øðrum, tá ið barn verður føtt, ella verða seinni gift, foreldramyndugleikan í felag. Hetta er tó ikki galdandi, um hjúnafelagarnir, tá ið barnið er føtt, eru sundurlisin (separeraði). Í so fall hevur mamman foreldramyndugleikan einsamøll, uttan so at samlívið millum hjúnafelagarnar verður endurupptikið, ella foreldrini hava gjørt avtalu um at hava foreldramyndugleikan í felag sambært 6 í lógini sbr. 2. pkt. Sambært foreldramyndugleikalógini hava foreldur, ið ikki eru gift við hvørjum øðrum, foreldramyndugleikan í felag, um tey sambært 6 í lógini hava gjørt eina avtalu um felags foreldramyndugleika. Í øðrum førum hevur mamman foreldramyndugleikan einsamøll sbr. 5. Sambært orðaljóðinum í 16, stk. 1 og 2 í ættleiðingarlógini, samanborið við 4 og 5 í foreldramyndugleikalógini, vilja ógift samlivandi, ið ættleiða saman, íroknað stjúkbarnaættleiða, ikki fáa felags foreldramyndugleika. Ásetingin í 5 a, stk. 1 inniber, at ógift samlivandi, ið ættleiða saman, stillast á sama hátt sum hjún í mun til foreldramyndugleika. Tvs. at samlivandi, ið ættleiða saman, fáa felags foreldramyndugleika. Ásetingin hevur við sær, at samlivandi, ið ættleiða saman, sostatt meinlíkt hjúnafeløgum sjálvvirkandi fáa felags foreldramyndugleika yvir barnið í samband við eina ættleiðing. 5 a, stk. 3 inniber, at ógift samlivandi, ið stjúkbarnaættleiða eitt barn, verða stillaði á sama hátt sum hjúnafelagar í mun til foreldramyndugleika. Tvs. at samlivandi, har tann eini ættleiðir barnið hjá hinum, fáa foreldramyndugleikan í felag meinlíkt hjúnafeløgum, har tann eini hjúnafelagin ættleiðir barnið hjá hinum hjúnafelaganum. Við 5 a, stk. 2 verður nágreinað í mun til einaættleiðarar, at ein einaættleiðari óansæð kyn sjálvvirkandi hevur einaforeldramyndugleikan. Ein samlivari ella ein hjúnafelagi, ið ættleiðir ávikavist barnið hjá sínum deyða samlivara ella serbarnið hjá sínum deyða hjúnafelaga, vil sambært ásetingini fáa foreldramyndugleikan einsamallur. 5 a fevnir bert um staðsetingina av foreldramyndugleika í samband við ættleiðing. Ásetingin forðar sostatt ikki fyri eftirfylgjandi broytingum av foreldramyndugleikanum við avtalu, avgerð ella aftaná, at ein ættleiðari er deyður, sambært teimum vanligu ásetingunum í foreldramyndugleikalógini. Ásetingin um foreldramyndugleika í samband við ættleiðing er galdandi í mun til allar ættleiðingar, eisini ættleiðingar, ið longu eru framdar. Orsøkin til hetta er, at galdandi rættarstøða ikki broytist í mun til tey børn, ið longu eru ættleidd, tí uppskotið bert er ein 10 / 11
11 nágreining av 16, stk. 1 og 2 í ættleiðingarlógini, í mun til spurningin um foreldramyndugleika. Sum nevnt fevnir ásetingin bert um staðsetingina av foreldramyndugleikanum í samband við ættleiðingina. Ásetingin ávirkar tískil ikki broytingar, ið eru framdar áðrenn lógin kemur í gildi. Til nr. 2. Í mun til flytan av foreldramyndugleika framgongur tað av 10, stk. 1, 2. pkt. í foreldramyndugleikalógini, at foreldramyndugleikin kann flytast til eini hjún, íroknað til annað av foreldrunum og hjúnafelagan hjá hesum. Sambært galdandi rætti kann foreldramyndugleikin sostatt ikki flytast til eitt ógift samlivandi par ella til annað av foreldrunum og samlivaran hjá hesum. Ásetingin um flyting av foreldramyndugleika til hjún verður við hesi broyting víðkað til eisini at fevna um samlivandi. Hetta er ein avleiðing av, at ógift samlivandi, ið ættleiða saman, íroknað stjúkbarnaættleiða, sambært lógaruppskotinum stillast á sama hátt sum hjún í mun til foreldramyndugleikaspurningin. Til 2 Av tí at hetta lógaruppskotið er eitt fylgilógaruppskot til uppskotið um løgtingslóg um ættleiðing, verður mælt til, at lógin kemur í gildi samstundis við løgtingslógina um ættleiðing, tvs. á Ólavsøkudegi Heilsu- og innlendismálaráðið, dagfesting. Navn á landsstýrismanni landsstýrismaður / Navn á embætisfólki Yvirlit yvir fylgiskjøl: Fylgiskjal 1: Javntekstur Fylgiskjal 2: Fylgiskjal 3: 11 / 11
Heilsu- og innlendismálaráðið
Heilsu- og innlendismálaráðið Løgtingið Dagfesting: 5. mars 2018 Mál nr.: 17/00573-95 Málsviðgjørt: MHR Løgtingsmál nr. 109/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í anordning om ikrafttræden for Færøerne
Læs mereFíggjarmálaráðið. Løgtingið Dagfesting: 7. februar 2018 Mál nr.: 17/ Málsviðgjørt: JEK
Fíggjarmálaráðið Løgtingið Dagfesting: 7. februar 2018 Mál nr.: 17/00489-2 Málsviðgjørt: JEK Løgtingsmál nr. 84/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tollsatsir (Toll- og vøruskráin)
Læs mereGivið út 30. mai 2017
Givið út 30. mai 2017 Nr. 78 29. mai 2017 Løgtingslóg um broyting í ymiskum lógum á málsøkinum persóns-, húsfólka- og arvarætti (Myndugleikaflyting vegna yvirtøku av málsøkinum) Samsvarandi samtykt Løgtingsins
Læs mereLøgmansskrivstovan. Løgtingið Dagfesting: 11. november 2016 Mál nr.: /16 Málsviðgjørt: GJ
Løgmansskrivstovan Løgtingið Dagfesting: 11. november 2016 Mál nr.: 0627-001/16 Málsviðgjørt: GJ Løgtingsmál nr. xx/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lov om forsikringsaftaler. (Bann móti nýtslu
Læs mereUppskot til. Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar
Løgtingið 26. oktober 2017 Mál nr: 16/00009 Málsviðgjørt: JPP Løgtingsmál nr. 42/2017: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af dele af 2
Læs mereLøgtingið Argir, 29. februar Løgtingsmál nr. 70/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tollsatsir.
Løgtingið Argir, 29. februar 2016 Løgtingsmál nr. 70/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tollsatsir (Toll- og vøruskráin) (Broyting av vørunumrum) Uppskot til Løgtingslóg um broyting
Læs mereLøgtingið. Tórshavn, tann 24. februar 2009 Vmr J.Nr.:
Løgtingið. Tórshavn, tann 24. februar 2009 Vmr J.Nr.: 200900059 Viðgjørt: ABD Løgtingsmál nr. 149/2008: Uppskot til løgtingslóg um at broyta ymsar vinnufelagalógir (fylgibroytingar til grannskoðaralógina)
Læs mereLøgtingið 26. oktober 2017 Mál nr: 16/00009 Málsviðgjørt: JPP
Løgtingið 26. oktober 2017 Mál nr: 16/00009 Málsviðgjørt: JPP Løgtingsmál nr. 44/2017: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af dele af 14
Læs mereLøgtingsmál nr. 59/2014: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar
Løgtingið. Tórshavn, tann 1. desember 2014 Vmr J.Nr.:14/00085 Viðgjørt: RJ Løgtingsmál nr. 59/2014: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne
Læs mereUppskot til. ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar partar av broytingum í hjúnabandslógini og rættarvirknaðarlógini
Sonja J. Jógvansdóttir Bjørt Samuelsen Hanna Jensen Kristianna Winther Poulsen løgtingskvinnur Løgtingið Løgtingsmál nr. 19/2015: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar partar av
Læs mereLøgtingsmál nr. xx/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt (dagstovnaráð og avtøka av kærurætti) Uppskot
Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 FO-100 Tórshavn Dagfesting: 14. november 2017 Tygara ref.: Máltal.: 17/00835-1 Løgtingsmál nr. xx/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt
Læs mereLØG M A N S S K R I V S T O V A N. P r i m e M i n i s t e r s O f f i c e
Løgtingið Tinghúsvegur 3 100 Tórshavn 19. oktober 2015 Mál: 0695-010/15-23 Viðgjørt: NF Lógartænastan Løgtingsmál nr. 13 /2015: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um broyting
Læs mereLØG M A N S S K R I V S T O V A N. P r i m e M i n i s t e r s O f f i c e
Løgtingið Tinghúsvegur 3 100 Tórshavn 20. september 2016 Mál: 0692-001/16 Viðgjørt: NF Lógartænastan Løgtingsmál nr. 14/2016: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om
Læs mereHeilsu- og innlendismálaráðið. Løgtingið Dagfesting: 02. nov Mál: 16/
Heilsu- og innlendismálaráðið Løgtingið Dagfesting: 02. nov. 2018 Mál: 16/01015-84 Løgtingsmál nr. 77/2018: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne
Læs mereUppskot. til. løgtingslóg um rættindi løntakaranna í sambandi við, at landsstýrið yvirtekur mál og málsøki frá ríkismyndugleikunum
FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ Argir, 26. apríl 2005 Løgtingið Løgtingsmál nr. 97/2004: Uppskot til løgtingslóg um rættindi løntakaranna í sambandi við, at landsstýrið yvirtekur mál og málsøki frá ríkismyndugleikunum
Læs mereLøgmansskrivstovan. Løgtingið Dagfesting: 21. desember 2016 Mál: 16/
Løgmansskrivstovan Løgtingið Dagfesting: 21. desember 2016 Mál: 16/00027-9 Løgtingsmál nr. xx/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkinum
Læs mereV I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
Løgtingið. Tórshavn, tann 15. apríl 2014 Vmr J.Nr.: 14/00191 / Viðgjørt: RJ Løgtingsmál nr. 149/2013: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lov om ændring af lov for Færøerne om
Læs mereMentamálaráðið. Løgtingið Dagfesting: Mál nr.: 16/ Málsviðgjørt: BB/TVR
Mentamálaráðið Løgtingið Dagfesting: 02.02.2017 Mál nr.: 16/01435-57 Málsviðgjørt: BB/TVR Løgtingsmál nr. xx/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om
Læs mereLØG M A N S S K R I V S T O V A N. P r i m e M i n i s t e r s O f f i c e
Løgtingið 100 Tórshavn 24. februar 2014 Mál: 0696-001/13-28 Viðgjørt: NF Lógatænastan Løgtingsmál nr. 124/2013: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í rættargangslógini fyri Føroyar og í lov nr. 560
Læs mereLøgtingsmál nr. xx/2008: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tænastumenn landsins. Uppskot. til
Tórshavn, tann 19.februar 2008 J.Nr.: 8201-73-0003/2007 (at tilskila í svari) Viðgjørt: sn Løgtingið Løgtingsmál nr. xx/2008: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tænastumenn landsins.
Læs mereUppskot. til. Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta soljóðandi uppskot til kongliga fyriskipan í gildi fyri Føroyar:
Bjørt Samuelsen Rigmor Dam Poul Michelsen løgtingsfólk Løgtingið Løgtingsmál nr. 51/2013: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar partar av broytingum í hjúnabandslógini og rættarvirknaðarlógini
Læs mereINNANHÝSIS. Uppskot til. Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af ændringslove til lov om luftfart
UTTANRÍKIS - OG V INNUMÁLARÁÐIÐ INNANHÝSIS Løgtingið Tórshavn, tann 1. februar 2017 Vmr. J.Nr.: 16/00801-4 Viðgjørt: EFR Løgtingsmál nr. xx /2016: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri
Læs mereLøgtingið Tórshavn, tann 9.juni 2015 J.nr.: 12/ Løgtingsmál nr. / 2015: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar søloven
Løgtingið Tórshavn, tann 9.juni 2015 J.nr.: 12/00004 Løgtingsmál nr. / 2015: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar søloven Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri
Læs mereF Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F F I N A N C E. Løgtingið
Løgtingið Argir, 26. februar 2015 J.Nr.: 080507-003/13-17 (at tilskila í svari) Tygara skriv: Viðgjørt: JPP/KJ/nb Løgtingsmál nr. 117/2014: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar
Læs mereHeilsu- og innlendismálaráðið
Heilsu- og innlendismálaráðið Løgtingið Dagfesting: 6. mars 2017 Mál: 16/00444-56 Viðgjørt: EM Løgtingsmál nr. 108/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymiskum lógum á málsøkinum persóns-, húsfólka-
Læs mereV I N N U M Á L A R Á Ð I Ð. Løgtingið Tórshavn, tann 1. desember 2014 Vmr. J.Nr.: 14/
Løgtingið Tórshavn, tann 1. desember 2014 Vmr. J.Nr.: 14/00083-2 Viðgjørt: RJ Løgtingsmál nr. 60/2014: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne
Læs mereSagsøgeren har påstået sagsøgte dømt til at betale 42.400 kr. med procesrente fra den 26. juni 2003, subsidiært procesrente fra den 22. april 2008.
DOM Afsagt af retten på Færøeme den 22. december 2009 IBS-sagnr. 619/2008 Skatteyderi mod TAKS Samandráttur: Málið snýr seg partvís um saksøkjarin, skattagjaldari, skal rinda mvg av skrásetingaravgjaldinum
Læs mereLøgtingsmál nr. 84/2010: Uppskot tilríkislógartilmæli um gildiskomu í Føroyum av lóg um Fólkatingsumboðsmann. U p p s k o t. til
Løgtingið 14. februar 2011 Mál: 0420-01-004/10 Løgtingsmál nr. 84/2010: Uppskot tilríkislógartilmæli um gildiskomu í Føroyum av lóg um Fólkatingsumboðsmann U p p s k o t til ríkislógartilmæli um gildiskomu
Læs mereF Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F F I N A N C E. Løgtingið
Løgtingið Argir, 26. februar 2015 J.Nr.: 080507-003/13-17 (at tilskila í svari) Tygara skriv: Viðgjørt: JPP/KJ/nb Løgtingsmál nr. 115/2014: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar
Læs mereLøgtingið Tórshavn, tann 7. mars 2016 J.nr.: 15/00233
Løgtingið Tórshavn, tann 7. mars 2016 J.nr.: 15/00233 Løgtingsmál nr. 85/ 2015: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af søloven Uppskot til
Læs mereLØGMANSSKRIVSTOVAN LÓGARTÆNASTAN. Rundskriv
LØGMANSSKRIVSTOVAN LÓGARTÆNASTAN Dagfesting: 10.02.2015 Rundskriv um uppseting og broyting av løgtingslógum og kunngerðum, um uppseting av ríkislógartilmælum og um uppseting av uppskotum til samtyktar
Læs mereLøgmansskrivstovan. Løgtingið Dagfesting: 28. november 2018 Mál nr.: /16 NF
Løgmansskrivstovan Løgtingið Dagfesting: 28. november 2018 Mál nr.: 0698-024/16 NF Løgtingsmál nr. 85/2018: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne
Læs mereMentamálaráðið. Løgtingið Dagfesting: Mál nr.: 16/ Málsviðgjørt: BB/TVR
Mentamálaráðið Løgtingið Dagfesting: 28.02.2017 Mál nr.: 16/01435-72 Málsviðgjørt: BB/TVR Løgtingsmál nr. 102/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om
Læs mereLøgmansskrivstovan. Løgtingið Dagfesting: 16. februar 2017 Mál nr.: /16 Málsviðgjørt: GJ/NF
Løgmansskrivstovan Løgtingið Dagfesting: 16. februar 2017 Mál nr.: 0627-001/16 Málsviðgjørt: GJ/NF Løgtingsmál nr. 61/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lov om forsikringsaftaler (Bann fyri nýtslu
Læs mereTinganes - Fo-100 Tórshavn Faroes Tel: (+298) Fax: (+298)
Løgtingið 100 Tórshavn 26. februar 2015 Mál: 0698-030/14-5 Viðgjørt: NF Lógartænastan Løgtingsmál nr. 91/2014: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for
Læs mereJavntekstur og lykil. Galdandi orðingar í ættleiðingarlógini samanbornar við broyttu orðingarnar í uppskotinum til ættleiðingarlógarlóg
Dagfesting: 8. januar 2018 Mál nr.: 17/00573-17 Málsviðgjørt: MHR Fylgiskjal 1 Javntekstur og lykil Galdandi orðingar í ættleiðingarlógini samanbornar við broyttu orðingarnar í uppskotinum til ættleiðingarlógarlóg
Læs mereUppskot. til. Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar soljóðandi lóg:
FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ Argir, 26. apríl 2005 Løgtingið Løgtingsmál nr. 98/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Lov om personalemæssige spørgsmål i forbindelse med de færøske myndigheders
Læs mereHEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ
18. november 2015 Mál: 15/00865-3 Viðgjørt: SJH Løgtingsmál nr. XX/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin) (Broyting av reglum um gjald, kostískoyti,
Læs mereTryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging
Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging Galdandi frá 1. januar 2016 1. Tryggingaravtalan Stk. 1. Tryggingaravtalan fevnir um bólkalívsavtaluna og niðanfyristandandi tryggingartreytir. Stk. 2. Frávik til
Læs mereUnder arbejdet med kunngerðini er jeg blevet opmærksom på 3 områder i loven, jeg mener vi lige må tænke over en ekstra gang.
Fra: Gunnvør Eriksen [mailto:gunnvore@mmr.fo] Sendt: 9. februar 2006 14.23 Til: Løgtingið Emne: Skjal 5 HEILSUSKÚLIN - Ummæli av lógaruppskoti Vinarliga / Best Regards Gunnvør Eriksen Mentamálaráðið ':
Læs mereLØGMANSSKRIVSTOVAN LØGDEILDIN
Løgtingið Tórshavn, tann 14-12-00 J.Nr.: 627-0002/2000 (at tilskila í svari) Viðgjørt: RJ/nb/pm Tygara skriv Løgtingsmál nr. 42/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning
Læs mereLøgmansskrivstovan. Løgtingsmál nr. xx/201x: Uppskot til broyting í lovbekendtgørelse om straffeloven
Løgmansskrivstovan Løgtingið Dagfesting: 30.05.2016 Mál nr.: Skrivið her Málsviðgjørt: GMN/Lógartænastan Løgtingsmál nr. xx/201x: Uppskot til broyting í lovbekendtgørelse om straffeloven Uppskot til Løgtingslóg
Læs mereLøgtingsmál nr. 126/2007: Uppskot til løgtingslóg um havnir. Uppskot. til. løgtingslóg um havnir
Fólkaflokkurin Sambandsflokkurin Sjálvstýrisflokkurin Løgtingið Løgtingsmál nr. 126/2007: Uppskot til løgtingslóg um havnir Uppskot til løgtingslóg um havnir Kapittul 1 Øki og allýsingar 1. Lógin er galdandi
Læs mereHeilsu- og innlendismálaráðið
Heilsu- og innlendismálaráðið Dagfesting: 29. januar 2018 Mál nr.: 17/00573-45 Málsviðgjørt: MHR Fylgiskjal 1 Javntekstur og lykil Galdandi orðingar í løgtingslógini samanbornar við broyttu orðingarnar
Læs mereUttanríkis- og vinnumálaráðið
Uttanríkis- og vinnumálaráðið Løgtingið Dagfesting: 18. apríl 2018 Mál nr.: 18/00095 Málsviðgjørt: Løgtingsmál nr. xx/2018: Uppskot til løgtingslóg um at einskilja P/F Postverk Føroya Uppskot til Løgtingslóg
Læs mereSamandráttur av øllum uppskotunum
Fylgiskjal 3 Samandráttur av øllum uppskotunum Lov om restrukturering og afvikling af visse finansielle virksomheder (afviklingsloven) Lov nr. 333 af 31. marts 2015 Uppskotið snýr seg í stóran mun um arbeiðs-
Læs mereLandsstýrismálanevndin hevur viðgjørt málið á fundum 30. oktober 2012, 22. januar, 21. mars og 11. apríl 2013.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, Fíggjarmálaráðið Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður, Maritugøta 79, Hoyvík Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna, Jørundsgøta 40, Klaksvík Kristina Háfoss, løgtingskvinna,
Læs mere11. december (Indsendelsesbekendtgørelsen) Kapitel 1 Anvendelsesområde
Nr. 1385 11. december 2007 Bekendtgørelse for Færøerne om indsendelse og offentliggørelse af årsrapporter m.v. hos den færøske registreringsmyndighed, sum broytt við kunngerð nr. 32 frá 22. apríl 2014
Læs mereLøgtingið Tórshavn, tann 3. mars 2015 VMR j.nr.: 15/00009 Viðgjørt: SPS
Løgtingið Tórshavn, tann 3. mars 2015 VMR j.nr.: 15/00009 Viðgjørt: SPS Løgtingsmál nr. 105/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í ársroknskaparlógini (Víðkað gjøgnumgongd) Uppskot til løgtingslóg
Læs mereBekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland
Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland I medfør af 41, stk. 6, 53, stk. 8, og 95 i lov om arbejdsløshedsforsikring m.v., jf. lovbekendtgørelse
Læs mereforbindelse med både ansættelse, ændring i ansættelsesforhold og ved afslutning af ansættelsen.
Retningslinie Uppgávu- og ábyrgdarbýtið ímillum og eindir/leiðarar á LS, tá ið byrjar í starvi, broytir starv innanhýsis ella fer úr starvi / Opgave og ansvarsfordeling mellem medarbejdere og afdelinger
Læs mereGamlar myndir úr Norðuroyggjum
Nr. 289 Hósdagur 20. mars 2003 10,- Síða 20 Símun Johan Wolles 70 ár Løgtingsmál viðvíkjandi fiskivinnu og -monnum Vit greiða frá teimum framløgdu tingmálunum, sum viðvíkja fiskimonnum. Síða 6-9 FF hevur
Læs mereUttanríkis- og vinnumálaráðið
Uttanríkis- og vinnumálaráðið Løgtingið Dagfesting: 22. februar 2019 Mál nr.: 19/00012 Málsviðgjørt: EFR Eftirkannað: 8. februar 2019 Løgtingsmál nr. 104/2018: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta
Læs mereLøgtingsmál nr. 68/2016: Uppskot til løgtingslóg um føroyskan kortmyndugleika. Uppskot til. Løgtingslóg um føroyskan kortmyndugleika
Jacob Vestergaard løgtingsmaður vegna Fólkaflokkin Løgtingsmál nr. 68/2016: Uppskot til løgtingslóg um føroyskan kortmyndugleika Uppskot til Løgtingslóg um føroyskan kortmyndugleika 1. Umhvørvisstovan
Læs mereLøgmansskrivstovan. Løgtingsmál nr. 44/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lovbekendtgørelse om straffeloven (Kynslig brotsverk)
Løgmansskrivstovan Løgtingið Dagfesting: 15.12.2016 Mál nr.: 0617-002/16 Málsviðgjørt: GMN/Lógartænastan Løgtingsmál nr. 44/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lovbekendtgørelse om straffeloven
Læs mereALMANNA- OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ
Almanna- og heilsumálaráðiðalmanna- og heilsumálaráðiðalmanna- og heilsumálaráðið ALMANNA- OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ Løgtingið Tórshavn, tann 25. februar 2005 J.Nr.: 0.21-200400540/35 (at tilskila í svari) Viðgjørt:
Læs mereBORNE- OG SOCIALMINISTERIET HEILSU- OG INNLENDISMÅLARÅDID. Felags yvirlysing i sambandi vid yvirtøku av målsøkinum "persons-, husf61ka- og arvarætti"
~ - ---~ BORNE- OG SOCIALMINISTERIET ~ HEILSU- OG INNLENDISMÅLARÅDID Fælleserklæring i forbindelse med de færøske myndigheders overtagelse af sagsområdet "person-, familie- og arveretten" Landsstyret har
Læs mereLøgtingið. Tórshavn, tann 7. mars 2016
U T T A N R Í K I S - OG V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð Løgtingið. Tórshavn, tann 7. mars 2016 Vmr. J.Nr.: 15/00029 Viðgjørt: SPS/JD Løgtingsmál nr. 91/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í anordning
Læs mereViðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding av elinnleggjarum
Johan Dahl, landsstýrismaður Vinnumálaráðið Tinganes FO-100 Tórshavn Landsstýrismálanevndin 01.06.2011 j. nr. 7.13-20110005 14 bl/td (at tilskila í svari) Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding
Læs mereLøgtingsmál nr. 28/2005: Uppskot til samtyktar um norðurlendskan sáttmála um fólkayvirlit. Uppskot. til. samtyktar
Løgtingið UTTANRÍKISDEILDIN 31. oktober 2005 Mál: 620-001/05 Løgtingsmál nr. 28/2005: Uppskot til samtyktar um norðurlendskan sáttmála um fólkayvirlit Uppskot til samtyktar Løgtingið góðkennir, at landsstýrið
Læs mereINNLENDISMÁLARÁÐIÐ. Uppskot til løgtingslóg um ítróttarvedding
18. januar 2011 Mál: 10/00214-1 Tygara skriv: Málsviðgerð: GM Løgtingsmál nr. Xx/2010: Uppskot til løgtingslóg um ítróttarvedding Uppskot til løgtingslóg um ítróttarvedding Kapittul 1 Um Sp/f Ítróttarvedding
Læs mereINNLENDISMÁLARÁÐIÐ. Uppskot til løgtingslóg um ítróttavedding
Løgtingið 16. februar 2011 Mál: 10/00214-1 Tygara skriv: Málsviðgerð: GMN/nb/khp Løgtingsmál nr. 86/2010: Uppskot til løgtingslóg um ítróttavedding Uppskot til løgtingslóg um ítróttavedding Kapittul 1
Læs mereLøgtingsmál nr. 101/2015: Uppskot til løgtingslóg um føroyskan kortmyndugleika. Uppskot til. Løgtingslóg um føroyskan kortmyndugleika
Jacob Vestergaard vegna Fólkaflokkin Løgtingsmál nr. 101/2015: Uppskot til løgtingslóg um føroyskan kortmyndugleika Uppskot til Løgtingslóg um føroyskan kortmyndugleika 1. Umhvørvisstovan er føroyskur
Læs mereÁlit. Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 1., 10. og 15. desember 2015, 19., 21. og 26. januar, 9., 16., 23. og 25. februar, 1. og 7. mars 2016.
Álit í løgtingsmáli nr. 19/2015: Uppskot til ri kislo gartilmæli um at seta i gildi fyri Føroyar partar av broytingum i hju nabandslo gini og rættarvirknaðarlo gini Sonja J. Jógvansdóttir, Bjørt Samuelsen,
Læs mere- Webundersøgelse, Fólkaskúlaráðið, oktober 2013. Fólkaskúlaráðið. Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på
Fólkaskúlaráðið Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på og erfaringer med ressourcentre på skolerne 2013 Udarbejdet af Scharling Research for bestyrelsen i Fólkaskúlaráðið, oktober 2013 Scharling.dk
Læs mereV I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð Løgtingið. Tórshavn, tann 6. mars 2013 Vmr. J.Nr.: 11/ 00314 Viðgjørt: BjD Løgtingsmál nr. 84/2012: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi Anordning om ikrafttræden
Læs mereDátueftirlitið Tinganes - Postboks Tórshavn Telefonnr:
Fíggjarmálaráðið Traðargøta 39 FO-160 Argir Tórshavn, tann 19. apríl 2007 J. nr.: 20070025-4 Viðgjørt: KJ/IE Viðvíkjandi Lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask af udbytte og finansiering af
Læs mereALMANNAMÁLARÁÐIÐ. Løgtingsmál nr. 155/2009: Uppskot til løgtingslóg um útleigan av bústøðum (leigulógin) Uppskot. til
Løgtingið 5. mars 2010 Mál: 09/00627-44 Tygara skriv: Viðgjørt: Løgtingsmál nr. 155/2009: Uppskot til løgtingslóg um útleigan av bústøðum (leigulógin) Uppskot til løgtingslóg um útleigan av bústøðum (leigulógin)
Læs mereÁlit um stýrisskipanarviðurskifti Føroya
Álit um stýrisskipanarviðurskifti Føroya Álit um stýrisskipanarviðurskifti Føroya Álit frá nevndini, landsstýrið setti 1. apríl 1993, at kanna stýrisskipanarviðurskifti Føroya. Sjúrður Rasmussen, adv.
Læs mereDOM. Under denne sag, der er anlagt den 16. august 2010, har sagsøgerne, A, B, C, D, E, F, H, I, J og K, nedlagt påstand om:
DOM Afsagt den 14. juni 2011 i sag nr. BS 1270/2010: A, B, C, D, E, F, G, H, I, J og K mod TAKS Under denne sag, der er anlagt den 16. august 2010, har sagsøgerne, A, B, C, D, E, F, H, I, J og K, nedlagt
Læs mereUttanríkis- og vinnumálaráðið
Uttanríkis- og vinnumálaráðið Løgtingið Dagfesting: 1. november 2018 Mál nr.: 17/00276 Málsviðgjørt: jd Løgtingsmál nr. 70/2018: Uppskot til løgtingslóg um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi o.a.
Læs mereLiðugfráboðan til eftirlits av Brunaávaringarskipan
Síða 1 av 5 Til Brunaumsjón landsins, Tinghúsvegi 5, 100 Tórshavn Liðugfráboðan til eftirlits av Brunaávaringarskipan Anleggseigari Navn: Bústaður: Att.: Anlaggsadressa Navn: Bústaður: Kontaktpersónur:
Læs mereLøgtingsmál nr. 115/2011: Uppskot til løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin) Uppskot. til. løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin)
Løgtingið. Tórshavn, tann 9. januar 2012 VMR j.nr.: 11/00401 Viðgjørt: ABD Løgtingsmál nr. 115/2011: Uppskot til løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin) Uppskot til løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin)
Læs mereALMANNAMÁLARÁÐIÐ. Uppskot. til
Løgtingið 28. februar 2013 Mál: 12/00564-34 Viðgjørt: Løgtingsmál nr. 115/2012: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg (forsorgarlógin bú- og viðgerðarstovnar og stovnslíknandi fyriskipanir)
Læs mereKonference om affald på havet
Konference om affald på havet Miljøtilsyn lavet af Skipaeftirlitið Skipaeftirlitið (maritime( myndigheder) Tilsyn som er krævet efter bekendtgørelse nr. 122 fra den 25. november 2005 / 11 stk. 3 og aftale
Læs mereDANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál. Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess
DANSK 1-2-3 Danskt sum 1., 2. og 3. mál Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess Hvat halda næmingar um danskt og undirvísing í donskum / Hvad synes eleverne om dansk og danskundervisningen? Spørgeskemaundersøgelse
Læs mere23 Uppskot til løgtingslóg um umskipan av Føroya Lívstrygging Skjal 2
Føroya Lívstrygging 23 Uppskot til løgtingslóg um umskipan av Føroya Lívstrygging Skjal 2 Nevnd Føroya Lívstryggings Við skrivi dagf. 22/6-1998 varð undirritaði biðin um at gera eina løgfrøðisliga meting
Læs mereHEILSUMÁLARÁÐIÐ. Til: hoyringspartar
HEILSUMÁLARÁÐIÐ Til: hoyringspartar Tórshavn, 01.06.2011.2011 Mál: 09/00691-6262 Tygara skriv: Viðgjørt: JS Viðvíkjandi uppskoti til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lov om klage- og erstatningsadgang
Læs mereÁlit um stýrisskipanarviðurskifti Føroya
Álit um stýrisskipanarviðurskifti Føroya Álit um stýrisskipanarviðurskifti Føroya Álit frá nevndini, landsstýrið setti 1. apríl 1993, at kanna stýrisskipanarviðurskifti Føroya. Sjúrður Rasmussen, adv.
Læs mereÁlit. viðvíkjandi klagu um manglandi svar upp á innlitsumbøn
Tórshavn, tann 10. september 2013 J.Nr.:11/ 201300043 / 25 Álit viðvíkjandi klagu um manglandi svar upp á innlitsumbøn Við teldubrævi, dagfest 29. mai 2013, hevur A, Oyggjatíðindi sent umboðsmanninum soljóðandi
Læs mereBygnaðarbroytingar, tænastumenn og grundgevingar
Bjarni Mortensen Bygnaðarbroytingar, tænastumenn og grundgevingar Bjarni Mortensen 1 Úrtak. Greinin er skrivað sum partur av próvtøkuni á skeiði í føroyskum kollektivum arbeiðsrætti. Greinin viðger støðuna
Læs mereFærøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar
Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar OLE WICH 2013 Javnaðarflokkurin á Fólkatingi Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir
Læs mereEndurskoðan av barnverndarlógini
Endurskoðan av barnverndarlógini Frágreiðing til landsstýriskvinnuna um, hvørt lógin virkar eftir ætlan Februar 2011 Eirargarður 2 FO-100 Tórshavn Tel: +298 304000 Fax: +298 304045 E-mail: amr@amr.fo Innihaldsyvirlit
Læs mereLøgmansskrivstovan. Dagfesting: 15. desember 2016 Mál nr.: /16 Málsviðgjørt: GMN. Fylgiskjal 1. Javntekstur
Løgmansskrivstovan Dagfesting: 15. desember 2016 Mál nr.: 0617-002/16 Málsviðgjørt: GMN Fylgiskjal 1 Javntekstur Galdandi orðingar í revsilógini samanbornar við broyttu orðingarnar í løgtingslógaruppskotinum.
Læs mereLøgtingsmál nr. 174/2007: Uppskot til løgtingslóg um marknaðarføring. Uppskot. til. løgtingslóg um marknaðarføring
Løgtingið. Tórshavn, tann 27. februar 2008 Vmr J.Nr.: 200600186 / Viðgjørt: JT Løgtingsmál nr. 174/2007: Uppskot til løgtingslóg um marknaðarføring Uppskot til løgtingslóg um marknaðarføring Kapittul 1
Læs mereBárður S. Nielsen Edmund Joensen Kaj Leo Holm Johannesen Magnus Rasmussen Bjørn Kalsø. vegna Sambandsflokkin. Løgtingið
Bárður S. Nielsen Edmund Joensen Kaj Leo Holm Johannesen Magnus Rasmussen Bjørn Kalsø vegna Sambandsflokkin Løgtingið Løgtingsmál nr. xx/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjúkrahúsverkið
Læs mereFelagslívstrygging. fyri limir í Føroya Fiskimannafelag. Havnar Arbeiðsmannafelag Føroya Arbeiðarafelag. Felagslívstrygging
Felagslívstrygging fyri limir í Føroya Fiskimannafelag 2016 Havnar Arbeiðsmannafelag Føroya Arbeiðarafelag Felagslívstrygging 2013 1 Føroya Fiskimannafelag Føroya Fiskimannafelagið (nevnt felagið) hevur
Læs mereTórshavn 3. apríl Viðmerkingar til byggilógina v/petur Olsen
1 Viðmerkingar til byggilógina v/petur Olsen Tórshavn 3. apríl 2011 Næstan allar viðmerkingarnar siga, at lógin er ógreið á fleiri økjum. Talan er um avmarkað økið innan bygging talan er um økta byggiumsiting
Læs mereLØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR
Tórshavn, tann 5. november 2007 J.Nr.: 200700058 (at tilskila í svari) Viðgjørt: Álit viðvíkjandi avgerð hjá Løgmansskrivstovuni um noktan av almennum innliti í skjøl viðvíkjandi føroysku sendistovuni
Læs mereDOM. De sagsøgte har nedlagt påstand om frifindelse, således at Skatte- og afgiftkærenævnets afgørelse af 9. november 2016 stadfæstes.
Færøernes Ret DOM Afsagt den 26. oktober 2017 i sag nr. BS 289/2017: TAKS mod A, B, C, D, E, F, G, H, I, J og K Sagens baggrund og parternes påstande Sagen vedrører de skattemæssige konsekvenser af, at
Læs mereViðvíkjandi: P/f Tryggingarfelag Føroyar yvitekur virkisøkið frá P/f Trygd
Advokatskrivstovan Tórshavn, tann 19. desember 2008 Frúutrøð 4 Postboks 6 J.nr.: K600-2008063 FO-110 Tórshavn Viðgjørt: S.R Att: Christian F. Andreasen Tygara ref: Viðvíkjandi: P/f Tryggingarfelag Føroyar
Læs mere(Uppskot til) Løgtingslóg um djóravælferð (Djóravælferðarlógin) Kapittul 1 Almennar ásetingar
(Uppskot til) Løgtingslóg um djóravælferð (Djóravælferðarlógin) Kapittul 1 Almennar ásetingar 1. Lógin hevur til endamáls at fremja djóravælferð, djóravernd og virðing fyri tomum sum villum djórum. 2.
Læs mereKanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum
Kanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum LØGTINGIÐ 19 nevndin Kanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum 19 nevndin: Joen Magnus Rasmussen, formaður Kristina Háfoss, næstforkvinna Helgi Abrahamsen
Læs mereAdvokatskrivstovan Fr. Petersensgøta
Advokatskrivstovan Fr. Petersensgøta Fr. Petersensgøta 9 Postboks 6 110 Tórshavn Telefon: (298) 11145 Telefax: (298) 11525 Tórshavn, tann 26.11.1997 970823 kj Oljufyrisitingin Debesartrøð att. Herálvur
Læs mereVINNUMÁLASTÝRIÐ VINNUMÁLADEILDIN
Løgtingið Tórshavn, tann 01-03-00 Lms. j. nr.: 524-0009/2000 Vms. j. nr.: 90-33/99 (at tilskila í svari) Viðgjørt: SPS/bj/pm Tygara skriv Løgtingsmál nr. 83/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um lov om
Læs mereUppskot. til. løgtingslóg um semingsstovn
V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð Løgtingið. Tórshavn, tann 24. februar 2013 Vmr. J.Nr.: 12 /00426 Viðgjørt: SPS Løgtingsmál nr. 122/2012: Uppskot til løgtingslóg um semingsstovn Uppskot til løgtingslóg um semingsstovn
Læs mereTinganes - Fo-100 Tórshavn Faroes Tel: (+298) Fax: (+298)
Løgtingið 10. februar 2015 Mál: 0626-003/14-57 Viðgjørt: JSS/NF Lógartænastan Løgtingsmál nr. 95/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vápn v.m. (Trygdarátøk og vápnaprógv) Uppskot
Læs mereInklusión, Relatiónir og Felagsskapurin. Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014
Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014 Integration og eksklusión versus inklusión Integratión merkir at vera so normalur, sum gjørligt,
Læs mereFrágreiðing um barnaforsorg
Frágreiðing um barnaforsorg Almanna- og heilsumálastýrið november 2000 1 Innihaldsyvirlit Inngangur 5 2. Lógarøkið 9 2.1. Bústaðartreytir. 9 2.2. Aldursmark. 10 2.3. Børn við serligum tørvi, brekað børn
Læs mereKunngerð. grannskoðaraváttanir v.m.
Uppskot til Kunngerð um grannskoðaraváttanir v.m. Við heimild í 15, stk. 4 og 51, stk. 2 í løgtingslóg nr. 45 frá 11. mai 2009 um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir, sum seinast broytt við
Læs mere