Læknavaktin Mannagongd 2014

Relaterede dokumenter
Sagsøgeren har påstået sagsøgte dømt til at betale kr. med procesrente fra den 26. juni 2003, subsidiært procesrente fra den 22. april 2008.

forbindelse med både ansættelse, ændring i ansættelsesforhold og ved afslutning af ansættelsen.

Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging

Givið út 30. mai 2017

- Webundersøgelse, Fólkaskúlaráðið, oktober Fólkaskúlaráðið. Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på

Frágreiðing frá arbeiðsbólki, ið skal lýsa hvørji átøk kunnu gerast til tess at fyribyrgja at borgarar enda uttanfyri arbeiðsmarknaðin

Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding av elinnleggjarum

Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland

Málsgongd Við skrivi, dagfest 12. desember 2008, sendi Mentamálaráðið soljóðandi uppsøgn til klagaran:

Under arbejdet med kunngerðini er jeg blevet opmærksom på 3 områder i loven, jeg mener vi lige må tænke over en ekstra gang.

HEILSUMÁLARÁÐIÐ. Til: hoyringspartar

Álit. um nýggja kommunulæknaskipan

Almennar tryggingartreytir fyri P/F Tryggingarfelagið Lív

ALMANNA- OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ

Heilsu- og innlendismálaráðið

Felagslívstrygging. fyri limir í Føroya Fiskimannafelag. Havnar Arbeiðsmannafelag Føroya Arbeiðarafelag. Felagslívstrygging

Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar

Dátueftirlitið Tinganes - Postboks Tórshavn Telefonnr:

Liðugfráboðan til eftirlits av Brunaávaringarskipan

Konference om affald på havet

Avtala millum Føroya Læknafelag og Almannamálaráðið

Gamlar myndir úr Norðuroyggjum

Grannskoðaraeftirlitið. fghjklæøzxcvbnmqwertyuiopåasdfghj. Ársfrágreiðing og 2010

OVERENSKOMST FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ FARMAKONOMFORENINGEN MELLEM

Almannastovan. Almannastovan. Skjal 11. Dagur J. nr I. Almanna- & Heilsumálastýrið Fyrisitingardeildin Eirargarður Tórshavn

Kunngerð um stuðul til hoyritól, sum seinast broytt við kunngerð nr. 21 frá 3. apríl 2013

SÁTTMÁLI MILLUM FARMAKONOMFORENINGEN OG FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ

Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin. Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál. Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess

Bygnaðarbroytingar, tænastumenn og grundgevingar

Føroya Arbeiðarafelag Felagslívstrygging

Vegleiðing at dagføra GPS-kort. Tillukku við tínum keypi av GPS-korti. Kortið fevnir um Føroyar.

Álit Viðvíkjandi klagu um vantandi fráboðan, grundgeving og kæruvegleiðing í avgerðum hjá TAKS

Bakstøði Ynski var: - At lýsa teir møguleikar og tær treytir eldri fólk í Føroyum hava fyri einum góðum lívi í eldri árum - At lýsa hvørji átøk kunnu

Doyving Tú skalt fasta fyri skurðviðgerð Fyri skurðviðgerð 3. Á skurðdeildini Full doyving Lokal doyving Rygg doyving..4

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

Havnar Arbeiðsmannafelag Føroya Arbeiðarafelag Felagslívstrygging. Havnar Arbeiðsmannafelag Føroya Arbeiðarafelag Felagslívstrygging

Løgtingsmál nr. 28/2005: Uppskot til samtyktar um norðurlendskan sáttmála um fólkayvirlit. Uppskot. til. samtyktar

Løgtingsmál nr. 115/2011: Uppskot til løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin) Uppskot. til. løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin)

Klagan til TV2. Hvat kann gerast. Upplivdi illveðrið í 1932, ið beindi fyri formanni í FF. Livravirkið á Eiði. Frásøgn hjá Andrew Godtfred:

Januar Almennar tryggingartreytir

INNIHALDSYVIRLIT. INNGANGUR... 4 Arbeiðssetningur...4 Arbeiðsgongdin...4 Arbeiðsbólkar...5

DOM. Under denne sag, der er anlagt den 16. august 2010, har sagsøgerne, A, B, C, D, E, F, H, I, J og K, nedlagt påstand om:

Viðvíkjandi: P/f Tryggingarfelag Føroyar yvitekur virkisøkið frá P/f Trygd

Skrá. Vælkomin Malan Johansen, orðstýrari. Talgildar Tænastur Durita Tausen, varastjóri á Gjaldstovuni

Orðið eigur í føroyskari felagsverklóg 1

Skatta- og avgjaldsmál avgerðir

Uppskot. til. løgtingslóg um semingsstovn

Grannskoðaraeftirlitið. Grannskoðaraeftirlitið. Ársfrágreiðing. Almannakunngjørd 23. juni 2017

Alternativur flogvøllur í Føroyum.

Lovbekendtgørelse om offentlig forsorg, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 105 frá 3. november 2016

Fylgiskjøl 2-11 til tilmælið

(Uppskot til) Løgtingslóg um djóravælferð (Djóravælferðarlógin) Kapittul 1 Almennar ásetingar

Ársfundur hjá Landsneti

Fólkaheilsukanning Hvussu hevur tú tað 2015

Advokatskrivstovan Fr. Petersensgøta

Høringssvar fra Adoption & Samfund vedrørende udkast til bekendtgørelse for Færøerne om godkendelsen som adoptant.

Løgtingsmál nr. xx/2012: Uppskot til løgtingslóg um eftirlønarsamansparing og skatt av eftirløn (Eftirlønarlógin) Uppskot. til

Transkript:

Læknavaktin Mannagongd 2014

Innihald Formæli... 2 Læknavaktin 1870... 3 Norðuroyggjar og Klaksvíkar Sjúkrahús... 4 Suðuroy og Suðuroyar Sjúkrahús... 5 Sandoy, Skúvoy og Dímun... 6 Apotekini... 7 Løgreglan... 8 Læknar í Læknavaktini... 9 Kærumøguleikar og endurgjaldsmøguleikar... 12 Fylgiskjal 1: Tíðarætlan... 13 Síða 1 av 14

Formæli Eitt av endamálunum við Læknavaktini er at kunna veita borgarum, sum hava tørv á kommunulæknahjálp uttanfyri vanliga upplatingartíð, dygdargóðar heilsutænastur á einum heilsufakliga høgum støði. Síðani Læknavaktin varð sett á stovn í 2007 hevur hon sum heild virkað væl. Men eingin skipan virkar so væl, at hon ikki kann virka betri. Hetta er eisini galdandi fyri Læknavaktina. Sum ein liður í arbeiðinum støðugt at betra um tænastuna í Læknavaktini eru mannagongdir orðaðar, og skipað hevur verið fyri eftirmetingarfundum fyri viðkomandi starvsfólkum og samstarvsfeløgum hjá Læknavaktini. Sum ein liður í støðugu strembanini eftir at betra Læknavaktina, hevur Heilsumálaráðið gjørt av at fara undir eina skipaða tilgongd hesum viðvíkjandi. Henda mannagongdin, nevnd Læknavaktin Mannagongd 2014 er tann fyrsta av sínum slagi. Eftir hetta fer ein dagførd mannagongd at verða gjørd á hvørjum ári. Næsta mannagongdin fyri Læknavaktina kemur í gildi í januar 2015. Karsten Hansen landsstýrismaður Síða 2 av 14

Læknavaktin 1870 Persónar, sum hava tørv á kommunulæknahjálp uttanfyri vanliga arbeiðstíð, ið ikki kunnu bíða til egin kommunulækni aftur verður at hitta, kunnu ringja til Læknavaktina á telefon nr. 1870, sum heldur til á Landssjúkrahúsinum. Læknavaktin ger av, um: o persónurin kann avgreiðast umvegis telefon o persónurin skal koma í Læknavaktina o boð skal sendast til koyrilæknan, sum fer til persónin og ger eina læknafakliga meting av heilsustøðuni hjá viðkomandi o persónurin kann bíða til dagin eftir og kann fara til (egnan) kommunulækna Læknavaktin fevnir um: o tilburðir, tá ið persónur brádliga verður sjúkur o verandi sjúka versnar o sjúku, sum krevur viðgerð uttanfyri vanliga upplatingartíð hjá kommunulækna, ið ikki kann bíða, til egin kommunulækni verður aftur til arbeiðis o vanlukkutilburð Læknavaktin fevnir ikki um: o afturvendandi og væntaðar trupulleikar, sum kunnu bíða, til egin kommunulækni verður aftur at hitta o sjúku, sum ikki krevur viðgerð uttanfyri vanliga upplatingartíð hjá kommunulækna, ið kann bíða til egin kommunulækni verður aftur til arbeiðis o Bráðfeingis læknahjálp. Tá skal ringjast 1-1-2 Læknafaklig ábyrgd: o tá ið Læknavaktin ávísir persóninum til koyrilæknan, fær koyrilæknin læknafakligu ábyrgdina av viðkomandi o um so er, at persónurin verður innlagdur, fer læknafakliga ábyrgdin fyri honum til viðkomandi sjúkrahús og viðkomandi lækna Tíð til viðtalu í Læknavaktini: o um so er, at Læknavaktin heldur, at ein persónur skal møta til viðtalu, fær viðkomandi eina tíð. Í slíkum førum skal takast atlit til at fyribyrgja longum bíðitíðum í bíðirúminum. Síða 3 av 14

Norðuroyggjar og Klaksvíkar Sjúkrahús Persónar í Norðuroyggjum, sum hava tørv á kommunulækna uttanfyri vanliga upplatingartíð, ringja til Læknavaktina á telefon nr. 1870. Læknavaktin ger av, um: o persónurin kann avgreiðast umvegis telefon o persónurin skal venda sær til Læknavaktina á Landssjúkrahúsinum o persónurin skal venda sær til Klaksvíkar Sjúkrahús til avtalaða tíð. Í slíkum førum setur Læknavaktin seg í samband við hjálparlæknan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Læknavaktin skal kunna hjálparlæknan um navn, persónstal og sjúkrastøðu hjá persóninum. Hjálparlæknin metir um sjúkrastøðuna og tekur støðu til, hvat gerast skal o sjúkrastøðan er av slíkum slagi, at metast skal um hana í heiminum hjá viðkomandi. Í slíkum førum setur Læknavaktin seg í samband við koyrilæknan, sum fer heim til viðkomandi. Læknavaktin skal kunna koyrilæknan um navn, persónstal og sjúkrastøðu hjá persóninum. Koyrilæknin metir um sjúkrastøðuna og tekur støðu til, hvat gerast skal (t.v.s. um sjúklingurin skal viðgerast í heiminum, skal flytast á Klaksvíkar Sjúkrahús ella skal flytast á Landssjúkrahúsið). Verður niðurstøðan at persónurin skal innleggjast setur koyrilæknin seg í samband við forvaktina á móttakandi sjúkrahúsi og avtalar innlegging. Um so er, at persónar møta í bráðmóttøkuni í Klaksvíkar Sjúkrahúsi uttan fyrst at hava tosað við Læknavaktina, skal metast um sjúkrastøðuna hjá teimum. Tá antin Læknavaktin, koyrilæknin ella hjálparlæknin innleggja ein persón á Klaksvíkar Sjúkrahús, fer læknafakliga ábyrgdin fyri persóninum til hjálparlæknan og yvirlæknabakvaktina á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Síða 4 av 14

Suðuroy og Suðuroyar Sjúkrahús Persónar í Suðuroy, sum hava tørv á kommunulækna uttanfyri vanliga upplatingartíð, ringja til Læknavaktina á telefon nr. 1870. Læknavaktin ger av, um: o persónurin kann avgreiðast umvegis telefon o persónurin skal venda sær til bráðfeingiseindina á Suðuroyar Sjúkrahúsi til avtalaða tíð (gerandisdagar: kl. 18:00 og kl. 21:00; í vikuskiftinum: kl. 13:00, 18:00 ella 21:00). Í slíkum førum setur Læknavaktin seg í samband við hjálparlæknan á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Læknavaktin skal kunna hjálparlæknan um navn, persónstal og sjúkrastøðuna hjá persóninum. Hjálparlæknin metir um sjúkrastøðuna og tekur støðu til, hvat gerast skal o sjúkrastøðan er av slíkum slagi, at metast skal um hana í heiminum hjá viðkomandi. Í slíkum førum setur Læknavaktin seg í samband við koyrilæknan, sum fer heim til viðkomandi. Læknavaktin skal kunna koyrilæknan um navn, persónstal og sjúkrastøðu hjá persóninum. Koyrilæknin metir um sjúkrastøðuna og tekur støðu til, hvat gerast skal (t.v.s um sjúklingurin skal viðgerast í heiminum, skal flytast á Suðuroyar Sjúkrahús ella flytast á Landssjúkrahúsið) o persónurin skal flytast á Suðuroyar Sjúkrahús við sjúkrabili. Í slíkum førum setur Læknavaktin seg í samband við hjálparlæknan á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Læknavaktin skal kunna hjálparlæknan um navn, persónstal og sjúkrastøðuna hjá persóninum Um so er, at persónar møta í bráðmóttøkuni í Suðuroyar Sjúkrahúsi uttan fyrst at hava tosað við Læknavaktina, skal metast um sjúkrastøðuna hjá teimum. Koyrilæknin og hjálparlæknin á Suðuroyar Sjúkrahúsi Hjálparlæknin á Suðuroyar Sjúkrahúsi og koyrilæknin manna Læknavaktina í Suðuroynni. Koyrivaktin ráðgevur hjálparlæknanum á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Hjálparlæknin veitur einans tænastur á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Undantøk kunnu tó gerast í serligum førum. Tá antin Læknavaktin, koyrilæknin ella hjálparlæknin innleggja ein persón á Suðuroyar Sjúkrahús, fer læknafakliga ábyrgdin fyri persóninum til hjálparlæknan og yvirlæknabakvaktina á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Síða 5 av 14

Sandoy, Skúvoy og Dímun Persónar í Sandoynni, Skúvoy ella Dímun, sum hava tørv á kommunulækna uttanfyri vanliga upplatingartíð, ringja til Læknavaktina á telefon nr. 1870. Læknavaktin ger av, um: o persónurin kann avgreiðast umvegis telefon o sjúkrastøðan er av slíkum slagi, at kommunulæknin í Sandoynni skal meta um hana. Í slíkum førum setur Læknavaktin seg í samband við kommunulæknan í Sandoynni. Læknavaktin skal kunna kommunulæknan um navn, persónstal og sjúkrastøðu hjá persóninum. o kommunulæknin í Sandoynni setur seg í samband við persónin. Kommunulæknin ger av, um persónurin skal møta í læknaviðtaluhølunum á Sandi ella um kommunulæknin skal fara heim til viðkomandi. Kommunulæknin metir um sjúkrastøðuna og tekur støðu til, hvat gerast skal (t.v.s um sjúklingurin skal viðgerast í heiminum ella skal flytast á Landssjúkrahúsið) Um so er, at kommunulæknin heldur, at persónurin skal leggjast inn á Landssjúkrahúsið, tekur kommunulæknin sær av tí praktiska í hesum sambandi. Kommunulæknin skal kunna Landssjúkrahúsið um navn, persónstal og sjúkrastøðu hjá persóninum. Tá ið Læknavaktin hevur sett seg í samband við kommunulæknan í Sandoynni, fer læknafakliga ábyrgdin fyri persóninum frá Læknavaktini til kommunulæknan í Sandoynni. Í sambandi við bráðfeingishjálp (t.v.s. 1-1-2) verður kommunulæknin í Sandoynni altíð boðsendur. Síða 6 av 14

Apotekini Apotekini kunnu útflýggja bráðneyðugan heilivág uttanfyri vanliga upplatingartíð. Í slíkum førum er meginreglan, at tað er bert heilivágur, sum vaktarlæknin (t.e. Læknavaktin, djóralæknavaktin ella tannlæknavaktin) hevur ávíst, sum verður útflýggjaður. Læknavaktin skal senda reseptirnar til eitt av apotekunum í seinasta lagi 1 tíma, áðrenn avgreiðslan fer fram. Læknavaktin skal viðmerkja á reseptina, hvar heilivágurin verður heintaður, ella um hann skal sendast næsta gerandisdag við posti. Allar avgreiðslur á vakt verða sambært kunngerð álagdar vaktargjald á 37,50 kr. Upplatingartíðir hjá apotekunum Apotek Avgreiðslutíðir Mánadag-fríggjadag Leygardag Sunnu- og halgidagar Tjaldurs Apotek Kl. 21:45-22:00 Kl. 18:00-18:15 Kl.21:45-22:00 Kl. 14:30-15:00 Kl. 21:45-22:00 Suðuroyar Apotek Avgreiðsla bert eftir avtalu við Læknavaktina Norðoyar Apotek Avgreiðsla bert eftir avtalu við Læknavaktina Tjaldurs Apotek eftir kl. 22:00 er tilkallivakt. Norðoyar Apotek Læknavaktin skal geva apoteksvaktini boð í teimum førum, tá ið bráðneyðugur heilivágur skal útflýggjast á kvøldi. Hesi avtala, nær heilivágurin skal útflýggjast. Suðuroyar Apotek Læknavaktin skal geva apoteksvaktini boð í teimum førum, tá ið bráðneyðugur heilivágur skal útflýggjast á kvøldi. Hesi avtala, nær heilivágurin skal útflýggjast. Eysturoyar Apotek hevur ikki sína egnu vaktarskipan, men er samskipað við vaktina á Tjaldurs Apoteki og Norðoyar Apoteki. Á útoyggj eru heilivágsgoymslur til fólk á hesum støðum: Koltri, Stóra Dímun, Hestoy, Nólsoy, Mykinesi og Skúvoy. Heilivágsgoymslurnar eru bert ætlaðar at veita útoyggjafólki bráðneyðugan heilivág um kvøldið og uttanfyri vanliga upplatingartíð. Í heilivágsgoymslunum er eitt avmarkað úrval, serliga av antibiotika og analgetika. Síða 7 av 14

Løgreglan Uttanfyri vanliga arbeiðstíð hjá kommunulæknum, t.v.s. yrkadagar millum kl. 16:00 08:00, alt samdøgrið sunnu- og halgidagar og í vikuskiftunum, verður farið fram soleiðis: Blóðroyndir av bilførarum v.m.: Løgreglan ringir til Læknavaktina á telefon nr. 1870. Læknavaktin ger av, hvar og nær blóðroyndin skal takast. Meginreglan er, at løgreglan kemur til Læknavaktina á Landssjúkrahúsinum við viðkomandi persóni at taka blóðroynd. Læknavaktin kann, tá umstøðurnar tala fyri tí, gera av, at onnur loysn skal finnast. Talan kann verða um at fara á Klaksvíkar Sjúkrahús, Suðuroyar Sjúkrahús ella, at koyrilæknin og løgreglan møtast á vegnum onkrastaðni. Tá løgreglan kemur í Læknavaktina við persóni, sum skal taka blóðroynd, skal løgreglan brúka inngongdina við blóðbankan í kjallaranum á Landssjúkrahúsinum. Læknavaktin tekur blóðroyndina fram um annað arbeiði, sum kann bíða. Læknakanning av rúsaðum persóni, sum skal í klivan: Løgreglan ringir til Læknavaktina á telefon nr. 1870. Læknavaktin ger av, hvar kanningin skal fremjast. Læknavaktin skipar fyri, at koyrilæknin sum meginregla kemur á viðkomandi løgreglustøð at læknakanna. Í undantaksførum kann verða neyðugt at gera kanningina á Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Suðuroyar Sjúkrahúsi, ella at løgreglan og koyrilæknin møtast á vegum onkrastaðni. Avgerandi er, at kommunulæknin kann gera eina læknafakliga ráðiliga kanning og at henda verður gjørd á ein virðiligan hátt fyri viðkomandi persón. Eru umstøðurnar soleiðis, at Læknavaktin ella koyrilæknin ikki kunnu kanna, má læknin velja at innleggja viðkomandi ella áseta skjótast møguliga klokkutíð, har koyrilækni kemur til løgregluna at gera kanningina. Síða 8 av 14

Læknar í Læknavaktini 1. Skipan 1. Læknavaktin fevnir um allar Føroyar. Læknavaktin hevur tlf. nr. 1870. Læknavaktin heldur til í hølum á Landssjúkrahúsinum. 2. Læknavaktin er opin gerandisdagar millum kl. 16:00 08:00 og í vikuskiftinum/halgidagar alt samdøgrið. 3. Læknavaktin er mannað við einum kommunulækna, sum heldur til í hølunum hjá Læknavaktini á Landssjúkrahúsinum og koyrilæknum kring landið. 4. Koyrilæknarnir eru skipaðir soleiðis: a. Norðuroyggjar, Eysturoy, Vágoy, Streymoy og útoyggjar: Mánadag-fríggjadag: 2 koyrilæknar eru á vakt kl. 16:00-24:00 og 1 koyrilækni er á vakt kl. 24:00 08:00. Í vikuskiftum/halgidagar: 2 koyrilæknar eru á vakt kl. 08:00-24:00 og 1 koyrilækni er á vakt kl. 24:00 08:00 b. Sandoy, Skúvoy, Dímun: Kommunulæknin í Sandoynni virkar sum koyrilækni gerandisdagar millum kl. 16:00-08:00 og vikuskifti/halgidagar alt samdøgrið c. Suðuroy: Mánadag-fríggjadag: 1 koyrilækni er á vakt millum kl. 16:00-08:00 og í vikuskiftinum/halgidagar alt samdøgrið. Hjálparlæknin á Suðuroyar Sjúkrahúsi virkar eisini sum partur av Læknavaktini. 5. Umframt kommunulækna starvast ein sjúkrarøktarfrøðingar í Læknavaktini á Landssjúkrahúsinum. 2. Vaktir í Læknavaktini 1. Vaktleiðarin skipar vaktirnar í Læknavaktini 2. Allir kommunulæknar og avloysarar fyri kommunulæknar hava rætt og skyldu til at starvast í Læknavaktini 3. Serlæknar í almennum medisini, men sum ikki starvast sum kommunulæknar, kunnu starvast í Læknavaktini í samráð við vaktleiðaran 4. Yngri læknar í útbúgving til almenn medisin ( blokstilling ) kunnu, tá ið teir hava tikið útbúgving til vaktlækna, søkja vaktleiðaran um at taka vaktir í Læknavaktini samsvarandi ásettum reglum 5. Lækni, sum ikki er serlækni í almennum medisini, og sum ynskir at virka sum koyrilækni, kann senda Heilsutrygd eina umsókn hesum viðvíkjandi. Heilsutrygd ger av, um viðkomandi kann verða fevndur av skipanini hetta kann tó bert vera tíðaravmarkað. Um Heilsutrygd gongur umsóknini á møti, kunnar Heilsutrygd vaktleiðaran um avgerðina. Vaktleiðarin skipar møguligar vaktir hjá viðkomandi samsvarandi 1, nr. 3 6. Læknin í Læknavaktini og koyrilæknar skulu vera fyrikomandi mótvegis teimum persónum, sum venda sær til Læknavaktina. Síða 9 av 14

3. Cellur 1. Læknarnir, sum virka í Læknavaktini, eru bólkaðir í cellur. Tríggir læknar eru í hvørjari cellu, (t.v.s. 1 visitatiónslækni, sum heldur til í Læknavaktini á Landssjúkrahúsinum, og 2 koyrilæknar). Kommunulæknarnir, sum virka í Sandoynni og Suðuroynni eru undantiknir hesum cellum 2. Tað er cellan, sum hevur ábyrgd og heldur vaktina. Teir tríggir læknarnir, sum eru í celluni, avtala sínámillum, hvønn leiklut teir hava, meðan teir hava vakt (t.v.s. hvør er visiterandi lækni og hvørjir eru koyrilæknar). Allir læknar hava ábyrgd av, at tær vaktir, teir hava fingið, verða hildnar 3. Vaktarleiðarin ger eitt vaktarskema. Vaktarskemaði skal vera klárt ein mánaða áðrenn tað verður sett í verk 4. Um lækni býtur um vakt við annan lækna, skal vaktarleiðarin hava fráboðan um hetta, áðrenn vaktin byrjar. 4. Tá vaktin byrjar 1. Læknin, sum hevur vakt í Læknavaktini, hevur ábyrgd fyri celluni. Tá vaktin byrjar, skal læknin tryggja sær, at sjúkrarøktarfrøðingurin í Læknavaktini og koyrilæknarnir eru tøkir 2. Tá vaktin byrjar skulu koyrilæknarnir boða Læknavaktini frá, hvar teir eru staddir, og hvussu fatur kann fáast á teimum. 5. Tá lækni ikki møtir á vakt ella møtir ávirkaður 1. Fær lækni forfall vegna sjúku, kann vaktarleiðarin hjálpa til at finna eina avloysara til vaktina. Vaktin endar, tá ið avloysari er møttur á vakt 2. Um ein lækni ikki er møttur á vakt ½ tíma eftir, at hon er byrjað, og ein annar lækni er boðsendur, tekur viðkomandi vaktina fyri tann læknan, sum upprunaliga skuldi á vakt 3. Tá ið lækni ikki møtir á vakt, sum avtalað, verður hetta skrivað í protokollina í Læknavaktini. Vaktarleiðarin skal í slíkum førum hava eina frágreiðing frá tí læknanum, sum ikki er møttur á vakt 4. Er illgruni um, at læknin í Læknavaktini er ávirkaður av rúsevnum (t.v.s. rúsdrekka ella euforiserandi evni), skal vaktarleiðarin hava boð um hetta beinanvegin. Neyðugar kanningar skulu gerast av læknanum fyri at staðfesta, hvørt viðkomandi er ávirkaður av rúsandi evnum ella ikki. Um viðkomandi er ávirkaður av einum ella fleiri rúsandi evnum, fer viðkomandi úr vaktini beinanvegin. Vaktarleiðarin finnur ein avloysara fyri viðkomandi lækna. Fráboðan um hendingina verður send Landslæknanum. Síða 10 av 14

5. Útskriva heilivág 1. Læknavaktin eigur, sum meginregla, bert at útskriva heilivág í sambandi við sjúku, sum brádliga er íkomin ella um so er, at talan er um lívsneyðugan heilivág. Tá ið tað snýr seg um at endurnýggja vanligar reseptir, verður víst til egnan kommunulækna. 6. Skráseting í THS 1. Allar sjúklingaviðgerðir, sum verða avgreiddar í Læknavaktini, skulu skrásetast í THS (t.v.s. talgildu heilsuskipanini). Síða 11 av 14

Kærumøguleikar og endurgjaldsmøguleikar Kærur um heilsufrøðiligt virksemi Kærast kann um heilsufrøðiliga virksemið hjá einstøkum heilsustarvsfólkum. Talan kann t.d. vera um ónøktandi sjúkugreining, ónøktandi viðgerð ella ónøktandi ráðgeving og vegleiðing. Kærur av hesum slag verða latnar Patientombuddet, sum leggur tær fyri Sundhedsvæsenets Disciplinærnævn til støðutakan. Kunning um kærumøguleikar er í faldaranum Vegleiðing um kærumøguleikar. Kærur til Patientombuddet skulu útfyllast á hesum oyðublað Klage over behandling eller aktindsigt i sundhedsvæsenet. Leinkjur til viðkomandi lóggávu: Lov om klage- og erstatningsadgang inden for sundhedsvæsenet (A. nr. 1248/2011) Lov om patienters retsstilling (A. nr. 827/2002) Endurgjaldsmøguleikar Persónur, sum hevur fingið mein av kanning ella viðgerð í heilsuverkinum ella hevur fingið mein av heilivági, sum lækni hevur fyriskrivað, hevur møguleika fyri at fáa endurgjald frá Patienterstatningen (Sjúklingartryggingini). Allar kanningar og viðgerðir, sum løggildug heilsustarvsfólk fremja, eru fevndar av Sjúklingatryggingini. Sjúklingatryggingin tekur støðu til: um skaði er íkomin, sum er elvdur av kanning, viðgerð ella heilivági, ið sjúklingurin hevur fingið, og um skaðin er meira álvarsligur, enn sjúklingurin eigur at tola í mun til ta sjúkuna, sum sjúklingurin fær ella hevur fingið viðgerð fyri Møguleikarnir fyri endurgjaldi fyri sjúklingaskaðar eru lýstir í Vegleiðing um møguleikar fyri endurgjaldi. Leinkjur til viðkomandi lóggávu: Lov om klage- og erstatningsadgang inden for sundhedsvæsenet (A. nr. 1248/2011) Lov om erstatningsansvar (A. nr. 582/2011) Síða 12 av 14

Fylgiskjal 1: Tíðarætlan Tíðarætlan o Januar Heilsutrygd ger eina mappu við øllum mannagongdum. Mappan Læknavakt 1870 mannagongdir 201X verður send øllum viðkomandi pørtum. o Oktober Eftirmetingarfundur um Læknavaktina o November Heilsutrygd sendir skriv til tey, sum ávikavist starvast í og saman við Læknavaktini við áheitan um at gera møguligar viðmerkingar til mannagongdirnar fyri Læknavaktina fyri komandi ári. Møguligar viðmerkingar verða sendar til Heilsutrygd. o Desember Heilsutrygd sendir uppskotið til mannagongd til viðmerkingar hjá teimum, sum starvast ávikavist í og saman við Læknavaktini Heilsumálaráðið góðkennir mannagongdirnar Síða 13 av 14