http://www.vagaportal.fo/pages/posts/oli-jacobsen-skrivar-v...



Relaterede dokumenter
Søgan um "Vesturhavið Blíða"

Sigurd fekk medalju fyri sigling í krígstíð í Íslandi

Marius smíðar bát í Íslandi. ALS 10 ár. Stór frásøgn frá hátíðarhaldinum. Bjarni Djurholm má steðgast og fiskimonnum má vera tryggjað rættindi.

Út á Fagranes, har 7 fiskimenn mistu lívið í 1927

Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar

Minni um teir, sum sigldu og teir, sum doyðu undir krígnum Ferðin hjá "Johannu" eitt rimmar tiltak.

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál. Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess

Aftaná eitt misálit Tað hjálpir einki bert at seta nýggjan landsstýrismann. Tað, sum ræður um, er ein fullkomilig umskipan av fiskimálaráðnum.

Konference om affald på havet

Sagsøgeren har påstået sagsøgte dømt til at betale kr. med procesrente fra den 26. juni 2003, subsidiært procesrente fra den 22. april 2008.

Klagan til TV2. Hvat kann gerast. Upplivdi illveðrið í 1932, ið beindi fyri formanni í FF. Livravirkið á Eiði. Frásøgn hjá Andrew Godtfred:

Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál

forbindelse med både ansættelse, ændring i ansættelsesforhold og ved afslutning af ansættelsen.

Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland

Føroyskur saltfiskur væl umtóktur

Gamlar myndir úr Norðuroyggjum

Givið út 30. mai 2017

Kirkjuligt Missiónsblað

- Webundersøgelse, Fólkaskúlaráðið, oktober Fólkaskúlaráðið. Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på

Svenskur elitusvimjivenjari

Den værkbrudne. En prædiken af. Kaj Munk

Ein livandi Kristus til ein doyggjandi heim

Søgan hjá einum krígssiglara. 75 ár liðin síðan sorgarleikin við "Riddaranum" Síða 2. Síða 13. Síða 22

Kirkjuligt Missiónsblað

Hvat hendi við russarunum?

Kirkjuligt Missiónsblað

SAMNORDISK PENSIONÄRSKULTUR Tórshavn, Føroyar 3-10 august 2014

Kirkjuligt Missiónsblað

Fiskimaðurin Andrias í Tarti. Vit ynskja honum tillukku og hava 5. part av hansara lívssøgu. M.a. eru vit í barsil hjá Georg L. Samuelsen í 1911.

Fólkaheilsukanning Hvussu hevur tú tað 2015

Námsferð 25. mai 5. juni 2017

Lívsins salt. Vit hava verið í Ibiza og hugt eftir saltframleiðslu. Neptun og Nólsoy

Mest støðuga fiskavirkið er í Vági

Kanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum

FF-blaðið í Frankaríki Vit vóru bæði á fiskivinnuvitjan og til fótbólt. Drúgv og øðrvísi frásøgn

Framleiðsla av salti

Skiparin sum virkaði sum tannlækni

Heilsan hjá langfarafiskimonnum

Við Sólarris í Grønlandi í Realurin 50 ár. Skiparar í Føroyskir fiskimenn í Hirtshals

Føddur undir Hitler, vaksin upp undir Stalin

Størrelsessortering af rejer med sorteringsrist

Løgmaður um fiskivinnuna

ICES viðurkennir. Bjargingarroynd í Vágsbotni. Fiskaren vitjar FF. Bernhard 5. partur. Løgtingsins umboðsmaður setir kærarar í gapistokk.

Altjóða fiskivinnuserfrøðingurin Ben Yami kemur aftur Vænta at fáa íkast til at meta um okkara fiskivinnuskipanir.

Nýggj stjórnarskipan má fyrst og fremst verja borgaran

Smiðjan á Skipanesi Brot úr okkara smiðjusøgu. Okkara maður í Nambia. Er prískappingin í vanda? Børn á Sanatoriinum

Mikudagin TANN 15. apríl verður ráðstevna á Hotel Føroyum um multiresistentar bakteriur og antibiotikaresistens

Prædiken over Den fortabte Søn

Sólskinssøga á heilsuøkinum

Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding av elinnleggjarum

historien om Jonas og hvalen.

Tine Færch Jørgensen. Til Trafik- og Byggestyrelsen

Fiskimaðurin sum gjørdist dýnukongur

Ein fiskivinnubygd í Íslandi

Jørgen Moe. I Brønden og i. bokselskap.no 2011

Fiskivinnan og ES. FF-blaðið á Holocaustsavni í Washington. Saltsøgan

"Okkara maður" í Sandoynni fyllir runt. Sigmund verður 75. Vit dokumentera, at sjónvarpstíðindini vóru fupp. Úr Syðrugøtu til Aberdeen

Heilsulýsing Landslæknans

Verkið liðugt hjá Líggjasi

Død mands kiste. Blandt sømænd gik historien, som Christian også må have kendt, at Herluf havde sluttet fragt til et sted, hvor Svanen slet ikke kunne

Veiðihagtøl fyri lunda Bergur Olsen og Jens-Kjeld Jensen

Ársins studentur. Áhugaverd frásøgn frá meslingagrindini, sum var í Gøtu í Vit hava myndir frá grindini, sum ikki fyrr hava verið alment kendar.

HAVNAR KLUBBI oktober Endurgerð av minnisriti Havnar Klubba, tá hann fylti 160 ár.

Fiskidagaskipanin í Ísrael

Vegleiðing at dagføra GPS-kort. Tillukku við tínum keypi av GPS-korti. Kortið fevnir um Føroyar.

Nýggj skip. 70 ár síðan Nólsoy gekk burtur Søgan um ringin sum kom aftur. Svenskari vitjað í Føroyum í 56 ár

Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin. Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014

Tá møguleiki gerst veruleiki

Ben Yami: Skerjið ikki línuveiðuna! Seinastu kundarnir í 100 ára søguni hjá Frants Restorff. Íslendska fyritøkan Torbjørn ikki til sølu

Enok maðurin, sum gekk við Gudi

Grindadráp í Tjukotka í Siberia

Fiskivinnufróðskaparsetur

Frá elstu døgum H A V N A R K L U B B A

Kreppa í norska fiskiídnaðinum. Gretha á Malta verður 70 ár. Føroyskar skipasmiðjur eru kappingarførar. Íslendskt reiðarí:

Skipari kláraði tað, sum læknar ikki kundu! Læknarnar vildi taka beinið av Palla, men hann noktaði.

Vitjan á hægsta. stigi í Ísrael Vit hittu gamla borgmeistaran í Jerusalem í 28 ár, Teddy Kollek, sum er ein partur av søguni hjá Ísrael.

Vit hava drúgva frásøgn frá landsfundinum hjá FF. Í komandi blað hava vit meira tilfar, so sum hagtøl hjá FF. Landsfundur FF s

Skotin niður av torpedo!

Dreymurin um at sleppa við júst

Aðalfundur í Realinum

90 ár síðani skaðagrindina. í Sandvík

Hevur verið ein slóðari! Gevið flakafólkum fasta løn. Talvklekingardepilin í Bøkjarabrekku. Ferðin til India:

Bjørn kann ikki nokta fiskimonnum at kryvja við maskinu

Jarðarferðin hjá Morning Star

Nr. 321 Hósdagur 8. juli ,- Síða 17 Baksíðan Síða 9 Síða 3 Síða 14

Kirkjuligt Missiónsblað

Gazet í Kirkjubø staðfesti gullaks fyri 100 árum síðani

Hvussu kunnu vit liva sum trúgvandi í dag?

Vitjan í indianarabýi

samstarva At veita eina um skjóta hettar og tilboðið: goða viðgerð til kvinnur við burðartunglyndi.

Álit um stýrisskipanarviðurskifti Føroya

Høstprædiken - Prædiken til 14. S.e. Trinitatis

Transkript:

Page 1 of 9 Mikudagur 26 August 2009 Set til startsíðu Lýsingar Um Vágaportalin Forsíða Vágatíðindi Onnur tíðindi Mentan Bøkur Tónleikur Framsýningar Ólavur í Beiti tann 06/06/2009 kl. 18:34 Tiltøk Krutl Skúli Merkisdagar Vinna Politikkur Ítróttur Innlendis Útlendis Lesarin skrivar Tekst lýsingar Kommunur Vága Kommuna Sørvágs Kommuna Vágatorgið Kronborg - systurskip hjá Sallu Minningarorð Mítt tastatur Vágaskjáttan Leita Loyvt at keypa sex í Føroyum? Ja sjálvandi Nei als ikki Mær tað sama Atkvøð! Vís atkvøður Óli Jacobsen skrivar: Vanlukkan við Sally í 1939 At henda søgan kemur fram nú er tann bera tilvild. Seinasta heyst skrivaði ein dani, Kenneth Gaarslev, til Samvit um teir kundu útvega honum nakrar upplýsingar um hvørt pápi hansara, sum var við Sally, mundi vera jarðaður í Føroyum. Samvit beindi fyrispurningin til mín. Eg hevði so ikki hoyrt um hesa vanlukku og fór at kanna málið. Vit báðir Kenneth komu so í samband við hvønn annan, og úrslitið er henda frásøgnin um eina syrgiliga og meiningsleysa hending, sum kostaði fimm monnum lívið, millum hesar tann bert 15 ára gamli Carl Olsen úr Sørvági. Frásøgnin er fyri tað mesta grundað á Føroya Social Demokrat, sum seinni gjørdist til Sosialin, og eisini donsk bløð og afturat upplýsingar frá Kenneth Gaarslev sjálvum, sum gjøgnum nógv ár hevur roynt at fáa greiðu á hesa hending. Tað er sjáldan, at ein vanlukka á sjónum er lýst so væl sum henda. Tí skal henda grein vera til minnis um teir, sum hesa ferð ikki bóru boð í bý. Ikki minst er hetta galdandi fyri tann 15 ára gamla føroyska drongin, sum so meiningsleyst skuldi missa lívið. Vanlukkan Mánadagin 22. mai kl. 10 í 1939 sakk danski sandsúgvarin Sally, ið flutti sand til tær havnir, sum tá vórðu bygdar í Føroyum. Sally varð stødd í Kvørnini ein strongur, ið gongur eystur úr Dalsfles við Dalsnýpu á Sandoy. Sally hevði bunkrað kol í Havn og var síðan farin norður í Sundini eftir sandi. Haðani kom hann aftur á Havnina og tók ein stóran flaka uppá sleip. Henda flaka skuldu teir brúka við havnagerðina á Sandi. Um 2-tíðina hendan morgunin fóru teir av Havnini. Veðrið var heilt gott. Missir flakan og koppar Tá ið teir koma í Kvørnina við Dalsfles mistu teir flakan. Teir vendu aftur eftir honum og fingu fast í hann aftur. Men óslætt var, og skjótt mistu teir flakan á øðrum sinni. Roynt varð aftur eftir honum. Men undir hesum bjargingararbeiði, legðist so nógvur sjógvur inn yvir tær opnu lúkurnar, at Sally legðist so nógv yvir, at vandi var fyri at hann holvdist. Har var einki annað at gera enn at seta bjargingarbátin út. Manningin kom í øllum góðum í bátin, ið var fult útgjørdur sum bjargingarbátur. Tá var klokkan blivin um 10. Tá báturin fer frá skipinum koppar tað. Skorsteinurin ber við stokkin á bátinum, sum hvølvist. Menninir fáa vent bátinum við aftur, og hann flýtur á lufttangunum. Tað eydnast øllum monnunum at taka seg aftur í bátin. Men frá hesi løtu flýtur báturin borðfullur. Teir hava einki at oysa við. Teir seta segl og sigla eftir einum trolara, ið liggur nakað úti eystari. Men tá teir eru komnir nakað út, siglir trolarin frá teimum. Teir sigla ella kanska rættari reka nú vestur eftir. Útbjóðing Arbeiðið snýr seg í høvuðsheitum um álegging av tekju, ísetan av vindeygum og hurðum umframt klæðing av barna ansingarstovninum í Miðvági Svimjihylurin í Sørvági Svimjihylurin í Sørvági letur upp aftur leygardagin 12. september kl. 15 Útsølu endabrestur í Pastell Øll útsøluvøra minus 65 prosent Streymmátarar settir út í Skopunarfirði Fríggjadagin 10. juli setti Brimil tveir streymmátara niður á botnin í Skopunarfirði. Hetta er partur av verkætlan, sum hevur til endamáls at geva neyvari sjóvarfalskunning. Mátaranir verða tiknar upp aftur fyrst í septembur mánaða SEV: Her eru bestu orkuspariráðini Bæði standurin hjá klótuni og høgu orkuprísirnir eiga at fáa tey flestu til at spara, har sparast kann. Sambært danska orkufelagnum

Page 2 of 9 Fótbóltsferð til Graz í Eysturríki Eitt sindur bíligari! DONG eru hetta bestu spariráðini Glýsufiskurin á Føroyabanka Atlantic hava nøkur fá pláss til sølu til Graz. Farið verður 2. september og heimaftur 6. september og gist verður á Amedia Hotel TVAZZ við Sarah Kane leiki Í september verður møguligt at fáa eina sjónleikauppliving av teimum heilt serstøku. Leikbólkurin TVAZZ framførir í Samkomuhølunum hjá Landssjúkrahúsinum (á Psykiatriska deplinum) ein av mest umtalaðu og sýndu samtíðarleikum í nýggjari tíð, nevnliga 4.48 Psychosis eftir ensku Sarah Kane Hans í Beiti, sáli, hevði skaffað beiggjanum Carl Olsen kjans við Sally. Hans og Niels Monberg vóru vinmenn Menn drukna og stirðna í hel Fyri middag eru longu tveir manns stirðnaðir í hel í bátinum. Annar er Niels Monberg, sonur verkfrøðingin Monberg, ið hevur havnagerðina í Føroyum í hondum. Hin var Carl Olsen, ein 15 ára gamal drongur úr Sørvági, ið var komin við Sally sum skipsdrongur. Carl var beiggi Hans í Beiti, sum nógv kendu. Hann var vinur Niels Monberg, sum Hans hevði biðið um gera tann beina, at lata beiggjan sleppa við! Hetta tosaði Hans ofta um seinni. Á øðrum sinni fer báturin runt. Teir báðir deyðu og skiparin Christian Hansen hvørva. Tann næsti, sum doyði, var maskinmeistarin Refslund Skov. Kona hansara var komin til Føroya dagin fyri við Tjaldrinum. Hon skuldi verða búgvandi í Føroyum, meðan maðurin hevði arbeiði her. Matrósarnir báðir fingu bátin aftur á rættkjøl og komu sær uppí hann. Báturin kemur inn í Hestfjørð Báturin rekur síðan suður um Sandoynna og norður við henni vestanfyri. Um dimmið kemur hann inn á Hestfjørð. Tá er annar matrósurin Eigil Olsen Gaarslev langt síðan stirnaður. Tann bjargaði helt, at Eigil doyði um 3-tíðina seinnapartin mánadagin. Á nátt ikki er gott at avgera tíðina rak báturin á land norðanfyri Kirkjubø. Hin seinasti av manningini, matrósurin Viggo Andersen, ein sonn kempa, leyp á land og lat bátin fara. Hann leitaði sær heim til húsa. Kemur inn í eitt hoyggjhús og leggur seg har, útlúgvaður sum hann mátti vera, at sova í hoynum. Tíðliga týsmorgunin verður hann funnin av Pàll bónda Patursson, fær turt uppá kroppin, mat og drekka at styrkja seg av og verður førdur til Havnar, har hann gevur sjóforkláring. Síðan varð hann lagdur á sjúkrahúsið. Hann tyktist ikki at hava fingið stórvegis mein av hesi feigdarferð. Hann fór tó ikki at gerast arbeiðsførur aftur fyrsta mánaðin. Eitt sindur betri! Føroya pakkin klárur til ferðina Føroya pakkin er ikki ein kreppu pakki, men ein fiska pakki Bingjuplássini í summar Í samband við summarfrítíðina er bingjuplássið í Sandavági stongt í tíðarskeiðinum 22. juni til 31 august GAITHER - Konsert í Keypmannahavn Grein um glýsufiskin á Føroyabanka í altjóða vísinda tíðarritinum "Marine Biology Research". Annar høvundurin er granskari á Náttúru vísindadeildini Nýggj HÚK-útgáva Seinasta útgávan av HÚK-skipanini er nú klár at heinta niður av netinum. HÚKskipanini er ein GPSplottari við streymkortum og fiskimiðum, ið er mentur og framleiddur í Føroyum Háloysiligar veðurforsagnir fyri Føroyar Dagin eftir vóru bátar úti og leitaðu, men einki varð funnið. Rókur, ið kom sunnanifrá, hevði tó eystanfyri Sandoynna funnið eina útlendska ár við einum trýkantaðum segli á. Menn ivaðust ikki í, at hetta var frá bjargingarbátinum á Sally. Faroe Travel skipar fyri ferð til konsertina. Farið verður við flogfari úr Føroyum fríggjakvøldið 16. oktober Í samstarvi við Náttúruvísindadeildina ger Institute for Meterological Research (IMR) í Íslandi nú háloysiligar veðurforsagnir fyri føroyska økið Framtíðin hjá Niels Monberg sá bjørt út Lík funnið Hósdagin eftir varð líkið av Niels Monberg frá Sally-ólukkuni funnið. Ein útróðrarbátur úr Vestmanna fann tað í Vestmannasundi millum Vestmanna og Slættanes, nærri Vágalandinum. Ein enskur trolari sigldi líkið til Havnar. Tað varð beinanvegin í bili flutt til hospitalið, har líksýn var. Síðan varð hildin ein hátíðarlig andakt. J. Dahl próstir helt eina hjartagrípandi røðu. Atlantis í Dubai Eftir fleiri seinkingar, so verður heimsins fyrsta luksushotell á havsins botni klárt í nýggja árinum Haðani varð líkið flutt heim aftur á kajuna til Tjaldur, ið føra tað skuldi til hvíldar í heimlandsins jørð. Reiðuliga væl av fólki fylgdi, og nógv fólk var samankomið á kajuni at sýna hesum fremmanda unglingi, sum so ólukkuliga endaði dagar sínar, hin

Page 3 of 9 síðsta heiðurin. Kistan var skrýdd við fløggum, og undir tøgn frá mannamúgvni varð hon hátíðarliga tikin umborð á skipið. Kransar og blómur vóru send umborð á Tjaldur. Og tá kistan kom umborð, stóð einkjan eftir maskinmeistaran á Sally við lúkukarmin á fordekkinum við einum blómutyssi at leggja á kistuna. Og so legði Tjaldur frá landi við einari syrgjandi einkju og líkinum av einum evnaríkum ungum manni umborð. Var tað forsvarligt at senda Sally til Føroya Eingin kundi betur enn føroyingurin fata, hvussu sárt tað kendist at frætta, at skip søkka og manningin sjólætist. Tað kann tí ongan í Føroyum undra, at tey donsku bløðini skrivaðu so nógv um Sally-ólukkuna. Sjáldan hevur nøkur hending verið meira umrødd í teimum stóru Keypmannahavnar bløðunum enn henda. At ein av manningini bar boðini heim hevði jú alstóran týdning. Og tað var fyrst og fremst út frá hansara frásøgnum, at bløðini skrivaðu. Danska Social-Demokraten kundi longu 24. mai saman við tíðindunum um ólukkuna greiða frá, hvussu skipið hevði roynst, frá tí tað var bygt, og til tað fórst undir Sandoynni. Blaðið visti at siga frá, hvussu ringan túr Sally hevði havt til Føroyar hetta várið, og tað visti at siga frá ymiskum viðvíkjandi teimum sjólátnu og teimum, ið eftir sótu. Sosialurin heldur, at tað átti at verið forboðið at siglt millum oyggjarnar uttan at hava meinkunnugar menn umborð. Her sæst rutan frá tí, Sally fór av Havnini, og til seinasti maður endar í Kirkjubø Koppaður tvær ferðir Danska Social Demokraten skrivaði: Sandsugeren Sally er bygget i Aalborg. Firmaet N.C. Monberg har fornylig i Anledning af Havnearbejderne paa Færøerne købt Skibet af det store Entreprenørfirma Højgaard & Schultz, der havde benyttet det ved sine Havnearbejder i Gdynia i Polen. N.C. Monberg havde hentet Sally i Danzig, hvor det havde været paa værft. Det var blevet undergaaet en gennemgribende Reparation, men Skibet har ikke tidligere haft er særligt godt Ry paa sig. Vi talte i Aftes med (fyrrverandi) Skipper Georg Christiansen, der udtalte: Jeg kender Sally, og jeg skal ikke lægge skjul paa, at det var med bange Anelser, at jeg fornylig saa det sejle til Færøerne. Man skal kende det ud og ind for at sejle i det lumske Farvand deroppe. Jeg sejlede selv med Sally i 1929, og da kæntrede Skibet ud for Hou ved Aarhus. Vi blev dog alle reddet i Land, og Skaden blev senere udbedret. Sally har før den tid tilhørt et svensk entreprenørfirma, og det kæntrede ogsaa engang ved Kullen, og en Sømand mistede Livet. Jeg ved ikke hvordan Katastrofen ved Færøerne er indtruffen, men jeg tænker at der ikke har været last, og Sally har ligger saa højt, at Søerne har haft let Spil over for det. Deyður skrivaði ræðubræv heim Blaðið hevði fingið fatur í tí síðsta brævinum, sum matrósurin Eigil Gaarslev hevur skrivað til gentu sína i Keypmannahavn. Blaðið skrivaði, at um rætturin fór at kanna eftir, um tað var forsvarligt at lata hetta skip

Page 4 of 9 fara til Føroya, so fór hetta bræv óivað at vera eitt týdningarmikið skjal i málinum. Vit skulu her prenta upp aftur tann partin av brævinum, sum blaðið endurgevur: Det var et Helvede at komme frem hertil. Skuden var utæt som en gammel Støvle. Vi havde et Helvede med at holde den flydende. I Maskinrummet stod Vandet lige op paa til Fyret, saa det var ved at gaa ud. Maskinen fik lige Damp nok til at kunde gaa med 4 Miles i Timen. Der var 8 Fod Vand i Lukafet og 5 Fod i Maskinrummet. Skibet slingrede og hoppede paa Søen som en tom Sardinkasse. Vi har næppe haft Tid til at Spise og kan ikke vaske os. Vi har maattet arbejde 18 til 20 Timer for at holde Skibet oven Vande. Den forulykkede Sømands sidste Brev slutter med en Hilsen til hans Kæreste og til hans Familie, som han aldrig mere kom til at se. Hans Brev og den Udtalelse, der er fremkommet af den tidligere Skipper bør give anledning til at undersøge Forsvarligheden af at besejle de farlige Farvande med en øjensynligt alt andet end sødygtig Baad. Ein eydnurík móður Vi kiggede i Aftes ind i de smaa Stuer, hvor fru Andersen, hvis Søn Viggo Andersen overlevede, bor. Hun smilte venligt og sagde: De kan tro, at jeg var lykkelig over, at min store Dreng blev reddet. Jeg vilde først ikke tro det, da jeg hørte om den forfærdelige Ulykke. Nu haaber jeg snart at se ham herhjemme igen. Men i min Glæde over, at jeg maatte beholde min Søn, glemmer jeg ikke dem, der blev derude, og jeg har den dybeste Medfølelse med de Efterladte, der i dag har modtaget den forfærdelige Meddelelse. Hans K Olsen: Til minde om hans Ven Civilingeniør Niels Monberg f.d. 13/9 1913 i København d.d. 22/5 1939 v. Færøerne. Værket har tilhørt Niels. Venlig hilsen fra hans Fader Gustav Monberg. Hesa bókina við innskrift fekk Hans í Beiti til áminningar um Niels frá pápa hansara Gustav Sorgarboðini Tað var svágurin, ið bar Gustav Monberg boðini um, at sonurin, hin 25 ára gamli Niels var druknaður. Hann var fyri stuttari tíð síðani liðugur við sína útbúgving, og var henda havnabygging í Føroyum hansara fyrsta uppgáva sum verkfrøðingur. Tá hesi arbeiði vóru liðug var ætlanin, at hann skuldi ferðast í ymsum londum at vinna sær meira kunnleika á økinum. Tað var skrivstovufólkið hjá Monberg, ið mátti bera hinum familjunum sorgarboðini. Tað var syndarligt at bera hesi boð, serliga til konu skiparan. Hon sat eftur við fleiri børnum eisini undir konfirmatiónsaldur. Tey, ið bóru boðini um Gaarslev, hittu systir hansara. Hon segði, at bæði faðirin og móðurin lógu sjúk. Tey máttu einki fáa at vita enn, tað fóru tey ikki at tola. Vága sýslumaður bar boðini til um deyða Carl Olsens til faðirin, ið stóð og skar torv. Óla Jákup tók sorgarboðini soleiðis, sum føroyingar vanliga gera. Hann segði lítið, einans drap niður høvur. Hann hevði frammanundan mist konuna. Annars fekk Hans, beiggi Carl, eitt serligt minni. Hann var sum nevnt vinur Niels Monberg. Pápi Niels, Gustav, gav Hans eina bók, sum Niels hevði átt sum eitt minni um vinin. Henda bók er framvegis í húsinum.

Page 5 of 9 Skipari og meistari noktaðu at fara við til Føroya Tað kom meira og meira fram í bløðunum. Millum annað kom fram, at eftir sera ringu reisuna frá Danzig til Keypmannahavn, noktaðu skipari og meistari at sigla við skipinum til Føroya. Sagt varð: Kaptajnen brugte meget drastiske Udtryk. Han erklærede rent ud, at det vilde være Mord at sejle Skibet til Færøerne. Han blev derefter sammen med Maskinmesteren afskediget, og der blev antaget nye Folk. Skibet blev underkastet en Hovedreparation og derefter godkent af Skibstilsynet. Den afskedigede Kaptajn udtalte, at dette Tilsyn antagelig var fuldstændigt korrekt og rigtigt, men man burde lytte til Erfaringerne fra de Mennesker, der sejlede med Skibet. Sally havde ogsaa været underkastet et Tilsyn, før det forlod Danzig og bestaaet Prøverne, men da Skibet kom ud i rum Sø, viste det sig, at Naglerne arbejdede sig løse. Sally sá ikki út av nógvum Reiðaríið: Skipið var í lagi Reiðaríið var sjálvsagt órógvað av allari hesi skrivingini. Teir noktað fyri, at skipari og meistari vóru avkoyrdir, orsakað av, at teir ikki vildu sigla skipið til Føroyar. Teir sendu eisini út fráboðan um, at skipið var kannað út enda í annan. Skipasýnið váttaði somuleiðis, at alt var í lagi. Um umrødda bræv frá einum manningini segði stjórin á skipasýninum Grue, at hann ikki kendi mannin og hansara førleika at meta um hetta. Eisini verður upplýst, at Sally var minsti sandbátur í Danmark. Annars var tað fyrr hent, at ein líknandi sandbátur var koppaður og fýra mans doyðu. Síðan verður sagt: Social Demokraten modtog i Aftes en henvendelse fra en af Sallys tidligere Kaptajner. Han ønskede som Sømand og Skibsfører at takke Bladet, fordi det havde fremdraget den uhyggelige Baggrund for Skibets sidste Rejse. Det er den tredje Kaptajn, der melder sig og slutter op om kritikken. Han havde været Fører, da Sally tilhørte Højgaard & Schultz. Firmaet havde dengang stillet sig overordentligt velvilligt over for de Krav, han stillede for at gøre Sally sødygtig. Men alligevel gik det galt en Morgen, da han i Storm blev beordret ud af Havnen. Han vidste, at det ville være Galmandsværk at sejle skibet i en Storm, og han gav Mandskabet Ordre til at sætte Redningsbaaden ud og tage den paa Slæb. Hele Mandskabet forsynede sig med Redningsbælter. Tá ið teir komu út um koppaði Sally, og tað var nærum eitt undir, at eingin skaði hendi. Hesin skiparin segði, at skipið var so vánaligt, at tað var ikki ráðiligt at fara meira enn 3-400 metur frá landi við tí.

Page 6 of 9 Kenneth Gaarslev, sonur Eigil, hevur savnað søguna hjá pápanum, sum fekk hendan syrgiliga endan í føroyskum sjógvi. Nú kemur søgan uppá prent í Føroyum Um Eigil Olsen Gaarslev Eigil gjørdist 39 ár. Hann var giftur og fekk tveir synir. Kenneth varð føddur 28. August 1935 og beiggi hansara William var føddur 7. August 1933. Eigil og konan fóru frá hvørjum øðrum 1-2 ár, áðrenn hann gekk burtur. Eigil var ein royndur sjómaður. Hann sigldi frá tí, hann var 14-15 ára gamal. Hann sigldi við fullriggarum, og árini 1923-30 sigldi hann sum skipari, stýrimaður og bátsmaður við amerikanskum skipum, m.a. við stuttleikaførum hjá ríkfólki. Hann fekk ummæli við sær, tá ið hann fór av, og tey geva honum øll tey bestu skoðsmál. Hann hevur heldur ikki verið bangin fyri at siga sína meining. Hetta sæst millum annað í brævinum, sum han sendi heim. Tað er eisini komið fram, at hann vegna manningina mælti til at venda aftur hendan lagnudagin. Vit endurprenta sjófrágreiðingina. Tað kann sigast, at hon er nakað kollut. Tað verður bert dentur lagdur á, at lúkan ikki var á. Tað verður eisini sagt, at lastin var ikki full og tí skjeyt hon seg. Einki verður tó komið inn á standin hjá skipinum. Hetta heldur Kenneth vera sera vánaligt. Tað kann verða nevnt her, at pápi Eigil var eisini ein royndur sjómaður. Her kann verða endurtikið úr eini frásøgn hjá honum úr einum donskum blaði: 19 Aar gammel havde han været Verden rundt 4 Gange som Skibsdreng. Som Baadsmand og Styrmand har han sejlet med Alverdens Sejlskibe paa Indien, Australien og alle Vegne, hvor der er Vand. I nogle Aar var han Styrmand hos den berømte Kaptajn v. Schirach. Gaarslev er en af faa Mænd fra den Tid, som har overlevet den gule Feber. Dengang havde de ingen Midler mod Sygdommen, og man regnede med, at kun 1 af 100 stod det igennem. Selv laa han bevidstløs i 17 Dage. Paa Ækvatorkysten laa Skibene Side om Side i Havnen. Besætningerne var Døde alle som en. De store Skibe, der gik paa Kina med kostbare Ladninger var ofte assureret for 1,5 til 2 millioner Mark, og der var derfor nok af Sørøverdjunker i Farvandene. Man malede Porte paa Skibssiderne, for at de skulde ligne Orlogsskibene, men alligevel blev de overfaldet og udplyndret. Sørøverne sejlede nogle Stykker sammen med lange Tove spændt mellem dem og fangede saaledes Skibene. Derefter kastede de Stinkpotter ombord. De var lavet af lakeret Papir, der sprang op, og Duften af Indholdet havde en næsten øjeblikkelig bedøvende Virkning. Der var Slagsmaal paa Liv og Død der udkæmpedes. Christian Hansen hevði siglt við fyrsta Tjaldrinum

Page 7 of 9 Skiparin á Tjaldrinum Skiparin á Sally Christian Hansen hevði fyrr verið stýrimaður og skipari á Tjaldrinum. Samb. donskum bløðum var hann umleið var hann uppsagdur av Tjaldrinum 7-8 ár frammanundan, eftir at hann í toku hevði siglt á eitt sker, tó uttan fólkaskaða. Rithøvundurin, Martha Lichtenberg Madsen, sum ofta hevði ferðast við Tjaldrinum, hevði hesi minningarorð um hann: Venlig og smilende et djærvt Haandtryk som oftest en lille Vits eller et Fornøjet: Kom vi maa have lidt Musik! og saa blev spilledaasen sat i gang! Eller en liden Sømandshistorie om Sejlads i tyk Taage om Fugletræk langs dystre Klippekyster! Kig nu ind mod Land, saa skal de bare se Løjer! Et nap i Dampfløjten, en skingrende Tuden, og i samme Nu, netop da Ekkoet tilbage over Fjeldtop, Gjov og Sø men ogsaa først da - bruser de Tusinder af Fugle skrigende ud af Klippeafsatser, Reder, Revner og Sprækker og fra Græsmarkerne derinde for igen naar Ekkoet er forstummet - at vende tilbage i baksende Flokke og sætte sig tilrette paa Land, rolige og majestætiske. En Adspredelse, en Oplevelse, en lille Afveksling i Hverdagen om Bord at se disse Fuglesskuespil. Jo vist: Skipperen forstod saa rart at underholde den Rejsende med sin hyggelige Passiar, naar man var Gæst paa Tjaldur. Skipperen Kaptajn Hansen gik fra Borde for nogle Aar siden, lidt brat og uventet, da Uheld paa Uheld fulgte den lille djærve og vellidte Mand paa hans færd under de barske Klippekyster. Saa fik han forskellige Job, og de har maaske ikke alle været lige morsomme for ham. Naa, hans Vej gik igen op til det farlige og uberegnelige Hav til de Bølger, der er saa svære at blive Kammerat med, naar Stormen bryder løs, haarde og graa ubarmhjertige Bølger. Aa, hvor jeg mindes disse skiftende Vinde, disse bratte og uventede Strømme. Hvor ofte hørte jeg ikke de Ord, naar man skulde med en af de smaa Baade mellem Øerne: Skynd jer nu! Vi maa afsted inden Strømmen Vender! Og nu i sidste Uge, blev det altsaa Sanddamperen Sally, der gik ned! Der er bragt Sorg i Mange Hjem derved. Kaptajn Hansen var blevet Sallys Fører, og nu har han for sidste Gang passeret Klippekysten. Kun én Mand fra Sally er reddet, han fandt Grund under Fødderne ved det dystre, stejle Fjeldparti nær Kirkebø. Men blandt de Omkomne er rare, hyggelige og venlige Kaptajn Hansen. Et Liv er Slut en Skæbne forlist. Rundt om havde du Venner, der ofte sendte dig en hjertelig Tanke og hjemme i Valby sidder Hustruen og den store Børneflok og forstaar vel ikke, at netop det skulde ske, at de ikke mere skal vente Far hjem fra korte eller lange Rejser. Ære være Mindet om prægtige lille Kaptajn Hansen, som i Mandags fandt sin vaade Grav under færøsk Klippekyst, hvor han før havde haft sit Virke. Han fortjener at huskes endnu Længe, thi han var god, mild og hjælpsom mod store og smaa. Yvirmenn á Tjaldrinum. Christian Hansen er nr. 2 frá vinstru. Veit nakar hvørjir hinir eru? Nationaltidende skrivar millum annað um Chr. Hansen: I mere end en halv Snes Aar var han Styrmand ombord (á Tjaldrinum). I 1929 rykkede han frem til Kaptajn, fordi Skibets Fører gik tibage til ØK. I 2 Aar førte han Skibet til alles tilfredshed. Faa kendte som han de færøske Farvande, hvor Atlantens Vandmasser presses gennem Klippeslugter med en hastighed, man ikke drømmer om, hvis man aldrig har set det. Saa brød han ud i Haab om at kunne skabe sig en selvstændig Virksomhed. Det slog fejl for ham, og da han førte Skib igen, var det en

Page 8 of 9 Klampenborgbaad af de smaa forældede Baade. I de senere Aar førte Hansen Baade for Burmeister & Wain, de brede lave Baade, som sejler med Gods og Arbejdere fra Sydhavnen og Christianshavn til Refshaleøen. Med Sally vilde nu den 55 Aarige Sømand paany frem til en bedre stilling. Greinin endar við, at Christian Hansen av mongum sjófólki var ávaraður móti at fara. Føroyska farvatnið var munandi vandamiklari enn tað íslendska, har Sally eisini hevði roynt seg. Men hann helt seg kenna viðurskiftini nóg væl til at kunna makta hesa uppgávu. Sjófrágreiðingin S/S Sally af København, 106 Brt. Bygget 1904 af Staal. Paa Rejse fra Thorshavn til Sandø med Sand. Forlist d. 22/5-39 ved Færøerne 5 Omkomne. Søforhør i Thorshavn d. 24/5, 26/5, 7/6 og 4/8-39. Forlisanmeldelse dat. København d. 24/8 39 Kl ca. 2 afsejlede Sally fra Thorshavn. Det blæste en SØ-brise, og vejret var klart. Skibet var lastet med ca. 65 m3 Sand, 2 Tons Rundjern, der laa paa dækket i Bbs side, 50 Stk. lange Brædder, der laa paa Dækket i Stb Side, 3 ca. halvfulde Tønder Olie om Stb, ca. 20 sække Kul under Redningsbaaden om Bb, ca. 30 Stk Bjælkeender af ca. 1-1,5 fods længde, der laa foran Baaden, samt en Dykkerpumpe. Under Styrehuset lå noget Dykkermateriel og i Bb side endvidere et 10 m langt 12 Tommer Rør. Sandet i Lastrummet, hvis luge var utildækket, var vådt; men der fandtes ikke Vand i Lastrummet. Skibet havde en Dykkerpram og en Jolle paa Slæb. Sally sejlede i en Afstand af ca. 3 Sm fra Land langs Sandø. K1. ca. 730, da Sally befandt sig ved den S.-lige Ende af Øen udfor Dalsnypan, hvor Søen paa Grund af Strømmen var meget urolig, brækkede Slæbetrossen til Dykkerprammen. Det lykkedes at vende Sally og faa Prammen fastgjort paa ny; men kort efter brækkede Trossen atter, hvorfor Sally endnu engang vendtes for at faa fat i Prammen. Under disse Manøvrer fik Skibet ca. 30 Stb.s Slagside og tog Vand ind i saavel Lastlugen som Bunkerlugen, der ligeledes var utildækket, samt gennem Kædetudene ned i Kædekassen. Skønt Maskinen gik Fuld Kraft Frem, gjorde Sally kun ringe Fart mod Strømmen, og da en Del af det paa Dækket liggende løse Gods havde blokeret Styreledningen, maatte der to Mand til at styre. Kl. ca. 10 havde Sally en Slagside paa ca.. 60, og Vandet strømmede ned i Lasten gennem den aabne Luge, og da der syntes Fare for, at S. vilde kæntre og synke, blev Redningsbaaden sat paa Vandet. Under Udsætningen, der var vanskelig, fordi Baaden stod i Bb.s Side, fyldtes Baaden halvt med Vand. Besætningen gik i Baaden, og da Skibet kort efter kæntrede og sank, ramte Skorstenen Redningsbaaden, hvorved denne fyldtes med Vand. Lidt senere kæntrede Baaden, og Føreren, Maskinmesteren og to Matroser reddede sig op paa Baadens Køl, medens en Passager kom op paa Taget af Styrehuset, der flød klar af Skibet, og Skibsdrengen flød rundt paa en Stige. Ca. en halv Time senere lykkedes det at faa Baaden rettet op, og alle kom op i den igen. Kl ca. 12 afgik Drengen og Passageren ved Døden. Der sattes Sejl, og det forsøgtes forgæves at sejle efter en Trawler, der var i Sigte. Alle løse Genstande i Baaden, der stadig var fuld af Vand, var kastet over Bord, og to Redningsbælter samt tre Redningsveste var fastgjort under Tofterne. Kl. ca. 1230 døde Maskinmesteren. Kl. ca. 13 kæntrede Baaden atter, og Føreren faldt i Vandet og druknede. Efter mange forgæves Forsøg lykkedes det de 2 endnu i Live værende Matroser paa ny at faa Baaden paa ret Køl. Baaden drev ned mod Suderø og vestpaa mellem Store Dimmon og Lille Dimmon. En Baad kom i Sigte mellem Store Dimmon og Lille Dirnmon i ca. 200 mtr s Afstand, og de forsøgtes forgæves at tiltrække Baadens Opmærksomhed. Kl. ca. 3 afgik den ene af Matroserne ved Døden. Baaden drev nu mod V. saa langt, at Budatangi paa Sandø og Høddin paa Skuø samt Klorratangi og Villingatangi saas overet, hvorefter Baaden drev tæt forbi Trøllhødda til S.- Spidsen af Kolter og derefter S. om Hestø til midtvejs mellem Kirkebø og Velbestad. Det lykkedes den overlevende Matros at vrikke Baaden til Land ved Kirkebø, hvor han gik op i en Lade og sov, indtil han senere blev fundet. ********** Anm. 1. De omkomne er: Ingeniør Niels Monberg af København Skibsfører Christian Hansen og Maskinmester Refslund Skov begge af Valby Matros Eigil Olsen Gaarslev af København samt Skibsdreng Carl Olsen af Sørvaag. Anm. 2. Ministeriet maa antage, at Forliset skyldes, at Skibets Lasteluge og Bunkerluge ikke var tildækket og skalket. Komandi partur Komandi mikudag verður 7. partur um vanlukkuna við Nólsoy og Neptun. Vit hava tá millum annað frásagnit frá Margreth Hvidtfeldt, ættað úr

Page 9 of 9 Mykinesi sum misti beiggja við Neptun, og Herborg Danielsen, ættað av Hvítanesi, sum misti pápan við Nólsoy. Óli Jacobsen Aftur Vágaportalurin - Tel. 583095 - beiti(at)kallnet.fo