Kunngerð um loyvisbræv til kranar, gaffiltrukkar og onnur lyfti- og flutningstól
|
|
|
- Ulrik Rasmussen
- 9 år siden
- Visninger:
Transkript
1 Nr juni 2011 Kunngerð um loyvisbræv til kranar, gaffiltrukkar og onnur lyfti- og flutningstól Við heimild í 35, stk. 1 nr. 3, 63 og 66, í løgtingslóg nr. 70 frá 11. mai 2000, um arbeiðsumhvørvi verður ásett: Kranar og lyftitól 1. Mekaniskt riknir kranar og líknandi lyftitól, ið kunnu lyfta eina byrðu uppfrá og sum hava í minsta lagi eina mekaniska rørslu, umframt at kunna lyfta og lora, kann bert passast av persóni, ið hevur loyvisbræv at passa hesi tól. Stk. 2. Kravið um loyvisbræv sambært stk. 1 er ikki galdandi fyri: 1) Kranar og líknandi lyftitól, t.d. traverskranar, har lastin av byrðuni altíð er innanfyri stuðulsøkið hjá krananum, soleiðis at byrðan ikki kann fáa kranan at koppa. Mest loyvda lastin er 5 tons. 2) Konsolkranar, har mest loyvda lastin er 5 tons. 3) Lastbilakranar, har mest loyvda lastin ikki fer upp um 8 tonsmetrar. 4) Kranar og líknandi lyftitól, har byrðan verður flutt soleiðis, at hetta ikki kann hava við sær, at persónar kunnu koma til skaða, um byrðan dettur ella fer at sveiggja. 5) Kranar og líknandi lyftitól, ið verða nýtt til seriulyft við einum til endamálið gjørdari lyftiútgerð, so sum at lyfta evnir í einari ávísari arbeiðsgongd, og har lyftihæddin í mesta lagi er 1,5 m frá undirlendinum. Stk. 3. Kravið um loyvisbræv er heldur ikki galdandi fyri entreprenørmaskinur, ið kunnu nýtast sum kranar í sambandi við teirra vanligu arbeiðsuppgávu, um so er, at: 1) eingir persónar eru tætt hjá, tá byrðan verður lyft, flutt ella sett. Tó er loyvt at stýra byrðuni upp á pláss tá hon verður sett, 2) byrðan ikki verður lyft hægri enn 1 metur yvir undirlendi, 3) maskinurnar verða eftirhugdar og viðlíkahildnar sambært ávísing veitaranna, og 4) veitarans brúkara- og viðlíkahaldsávísingar eru í maskinuni. Stk. 4. Undantøkini í stk. 2 og 3, tó ikki stk. 2, pkt. 4, eru ikki galdandi fyri samlyft av byrðum og at lyfta persónar. Gaffiltrukkar og gaffilstáplarar 2. Gaffiltrukkar og gaffilstáplarar, ið hava mekaniska byrðalyfting øðrumegin við loddrættari mastur (stólpa) og hava mekaniska koyring, kunnu bert passast av persónum, ið hava loyvisbræv at passa hesi tól. Stk. 2. Kravið um loyvisbræv sbr. stk. 1 er ikki galdandi fyri: 1) Gaffiltrukkar og gaffilstáplarar, har lyftihæddin er í mesta lagi 1 m lyftihædd. 2) Gaffiltrukkar og gaffilstáplarar, sum eru stýrdir av skinnarum e.ø. undir, til síðuna ella yvir, t.d. sporbundnir heintitrukkar ella hillastáplarar. 3) Gaffiltrukkar og gaffilstáplarar, umborð á skipum ið verða passaðir av manningini. 4) Landbúnaðartraktorar við gaffillyftibúnaði ella líknandi útgerð, ið lyfta byrðuna øðrumegin við loddrættari mastur (stólpa), tá ið mesta lyftihædd ikki fer upp um 3,3 m og tann, ið passar tólið, hevur í minsta lagi loyvisbræv at føra traktorar. Lyftarin eigur bert at verða nýttur til jarðarbeiði og kann ikki av maskinstøðum o.t. verða útleigaður við fólki til vinnuligt endamál. Stk. 3. Gaffiltrukkar, ið hava ásettan kranaarm, ið kann røra seg sjálvstøðugt, mugu bert passast av persónum, ið hava kranføraraloyvisbræv.
2 Teleskoplessari 3. Teleskoplessarar, ið hava mekaniska lyfting av byrðuni plaseraða á gaflum við endan á armi, ið kann skjótast aftur og fram, mugu bert passast av persónum, ið hava loyvisbræv at passa gaffiltrukk. Stk. 2. Teleskoplessarar, ið eru útgjørdir til at kunna nýtast til kranaarbeiði, mugu bert passast av persónum, ið hava loyvisbræv til at passa krana. Stk. 3. Stk. 2 er tó ikki galdandi fyri teleskoplessarar, ið hava ásettan oka til bingjur, og sum verða nýttir á farmastøðum. Til tað krevst loyvisbræv til gaffiltrukk. Sløg av loyvisbrøvum 4. Á fylgiskjali 1 sæst hvørji sløg av loyvisbrøvum ein persónur skal hava fyri at kunna passa (føra) ein krana, gaffiltrukk, gaffilstáplara, teleskoplessara ella annað tól. Stk. 2. Arbeiðseftirlitið hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni dagførir nýggj lyftitól á fylgiskjali 1 eftir tørvi. Krøv til loyvini 5. Arbeiðsgevarin skal síggja til, at teir persónar, ið passa frammanfyri nevndu tól, hava neyðug loyvisbrøv sum svara til viðkomandi tól. 6. Loyvisbrøv sambært hesi kunngerð kunnu einans gevast persónum, ið: 1) eru fyltir 18 ár, 2) kunnu vísa læknaváttan, ið prógvar, at teir eru skikkaðir til at passa hesi tól, og 3) hava staðið ástøðiliga og verkliga roynd í at passa tólini. Undirvísing 7. Arbeiðseftirlitið hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni setur krøvini til royndirnar fyri tey ymsu sløgini av loyvisbrøvum. Stk. 2. Í samráð við Arbeiðsumhvørvisráðið ger arbeiðseftirlitið hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni leiðreglur fyri snið, innihald og tíðarbrúk til frálæru at kunna passa tey ymsu lyftitólini. Stk. 3. Arbeiðseftirlitið hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni skrivar út loyvini grundað á prógv frá skúla, sum er góðkendur av arbeiðseftirlitinum hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Afturtøka 8. Arbeiðseftirlitið hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni kann taka eitt loyvisbræv aftur, varandi ella fyri ávísa tíð, um tann, ið passar eitt tól, við grovum ósketni, ella av heilsuligum orsøkum, verður mettur óegnaður til tess. Stk. 2. Um mett verður, at persónur, sum hevur mist loyvisbrævið sbrt. stk. 1, aftur er egnaður at hava loyvisbræv, skal persónurin standa nýggja roynd. Frávik og kæra 9. Arbeiðseftirlitið hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni kann í einstøkum førum loyva frávik frá hesi kunngerð, tá hetta verður mett rímiligt og ráðiligt. Tá mett verður, um frávik skal gevast, skal vekt leggjast á hesi viðurskifti: 1) væntandi møguleikar at leggja arbeiðið til rættis, 2) vavið av uppgávuni, hvussu leingi hon varir og hvussu vandamikil hon er, 3) møguleikan fyri, at aðrir við loyvisbrævi ikki kunnu útinna uppgávuna, og 4) tað upplæring og vegleiðing, ið viðkomandi kann fáa.
3 10. Avgerðir, tiknar av arbeiðseftirlitinum hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni eftir hesi kunngerð, kunnu kærast til Vinnukærunevndina innan 4 vikur eftir, at viðkomandi hevur fingið boð um avgerðina. Revsing 11. Um ikki hægri revsing er heimilað sambært aðrari lóggávu, verður við bót, hefti ella fongsli í upp til eitt ár, hann revsaður, ið: 1) fremur brot á 1, stk. 1 og stk. 4, 2, stk. 1 og stk. 3, 3, stk. 1 og stk 2 og stk. 3, 4, stk. 1 og 5, 2) ikki ger eftir boðum, givin eftir hesi kunngerð, ella 3) setir til viks treytir fyri frávik eftir hesi kunngerð. Stk. 2. Fyri brot á 4, stk. 1 kann arbeiðsgevarin verða sektaður við bót, sjálvt um brotið ikki kann roknast gjørt við vilja ella ósketni. Stk. 3. Fyri brot, sum verða framd av løgfrøðiligum persóni, sum t.d. partafelagi ella lutafelagi, kann tann løgfrøðiligi persónurin verða sektaður sum slíkur. Stk. 4. Er brotið framt av landinum, einari kommunu ella kommunalum felagsskapi, kann landið, kommunan ella kommunali felagsskapurin verða sektað. Gildiskoma og skiftisreglur 12. Henda kunngerð kemur í gildi 1. juli Stk. 2. Samstundis fara úr gildi kunngerð nr. 89 frá 12 november 1979 um kranføraraprógv við seinni broytingum og kunngerð nr. 59 frá 18. juli 1985 um loyvisbræv at koyra gaffiltrukk við seinni broytingum. Stk. 3. Ásetingarnar í 3, stk. 1 og 3 koma tó fyrst í gildi 1. januar Stk. 4. Kranføraraprógv B, D og E geva rætt til at passa teleskoplastarar til 1. januar Vinnumálaráðið, 20. juni 2011 Johan Dahl (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.)
4 Skjal nr. 1 Loyvisbrøv til kranar, gaffiltrukkar og onnur lyfti- og flutningstól Slag av loyvisbrævi Kranaslag Onnur tól Sambærligt við onnur loyvisbrøv A Tårndrejekraner (byggekraner), havnekraner (skinnekørende), svingkraner, højbanekraner, skibsværftskraner o.l. B Mobilkraner Slæbeskovlsmaskiner, der bruges som kran. A-certifikat gælder også for C-kraner. B-certifikat gælder også for C-kraner og entreprenørmaskiner, der bruges som kran. C Certifikatkrævende kraner, fx portalkraner og traverskraner undtagen kraner nævnt under A, B, D, E og G. D Lastbilmonterede kraner over 8 tonsmeter til og med 25 tonsmeter. E Lastbilmonterede kraner over 25 tonsmeter. Traktormonterede kraner, der bruges til af- og pålæsning af gods, kræver D-certifikat, når den tilladelige belastning er over 8 tonsmeter til og med 25 tonsmeter. Ved andet end af- og pålæsningsarbejde, kræves D-certifikat op til 25 tonsmeter. Teleskoplæssere op til 25 tonsmeter, der indrettes og bruges til kranarbejde. Gaffeltrucks monteret med selvstændig bevægelig kranarm kræver D-certifikat op til 25 tonsmeter. Traktormonterede kraner, kræver E-certifikat, når den tilladelige belastning er over 25 tonsmeter. Teleskoplæssere over 25 B-certifikat erhvervet før den 1. januar 2000 gælder også for D- og E-kraner. B-certifikat gælder også for teleskoplæssere med gafler D-certifikat gælder også for C-kraner og entreprenørmaskiner, der bruges som kran. D-certifikat gælder også for teleskoplæssere med gafler. D-certifikat gælder også for teleskoplæsser monteret med løfteåg til containere, og som anvendes i terminalområder. E-certifikat gælder også for C- og D-kraner og entrepre-nørmaskiner, der bruges som kran. E-certifikat gælder også for teleskoplæsser med
5 G Entreprenørmaskiner, der bruges som kran. tonsmeter, der indrettes og bruges til kranarbejde. Gaffeltrucks monteret med selvstændig bevægelig kranarm kræver E-certifikat over 25 tonsmeter. gafler. E-certifikat gælder også for teleskoplæsser monteret med løfteåg til containere, og som anvendes i terminalområder. Gaffiltrukkar o.l. Slag av loyvisbrævi A B Tekniskt hjálpartól Gaffelstabler, der kan betjenes gående (førerstangsgaffeltruck, evt. med ståplade). Gaffeltruck, som føreren skal stå eller sidde på. Traktorer med gaffelløfteraggregat eller med lignende udstyr, der løfter byrden langs en lodret mast. Teleskoplæsser som har mekanisk løft af byrden placeret på gafler for enden af en udskydelig arm. Teleskoplæsser monteret med løfteåg til containere, og som anvendes i terminalområder. Teleskoplessarir Slag av loyvisbrævi Teknisk hjálpartól Sambærligt við onnur loyvisbrøv A B Teleskoplæssere, som har mekanisk løft af byrden placeret på gafler for enden af en udskydelig arm. Teleskoplæsser monteret med løfteåg til containere, og som anvendes i terminalområder. Teleskoplæsser, der indrettes og bruges til kranarbejde. A-certifikat gælder også for traktorer med gaffelløfteraggregat eller med lignende udstyr, der løfter byrden langs en lodret mast. B-certifikat gælder også for teleskoplæsser monteret med løfteåg til containere, og som anvendes i terminalområder. Onnur teknisk hjálpartól Vísandi til 4, dagførir Arbeiðseftirlitið nýggj lyftitól v.m. eftir tørvi Slag av loyvisbrævi Teknisk hjálpartól Sambærligt við onnur loyvisbrøv
6
Under arbejdet med kunngerðini er jeg blevet opmærksom på 3 områder i loven, jeg mener vi lige må tænke over en ekstra gang.
Fra: Gunnvør Eriksen [mailto:[email protected]] Sendt: 9. februar 2006 14.23 Til: Løgtingið Emne: Skjal 5 HEILSUSKÚLIN - Ummæli av lógaruppskoti Vinarliga / Best Regards Gunnvør Eriksen Mentamálaráðið ':
Givið út 30. mai 2017
Givið út 30. mai 2017 Nr. 78 29. mai 2017 Løgtingslóg um broyting í ymiskum lógum á málsøkinum persóns-, húsfólka- og arvarætti (Myndugleikaflyting vegna yvirtøku av málsøkinum) Samsvarandi samtykt Løgtingsins
Kunngerð um stuðul til hoyritól, sum seinast broytt við kunngerð nr. 21 frá 3. apríl 2013
Nr. 96 18. november 2008 Kunngerð um stuðul til hoyritól, sum seinast broytt við kunngerð nr. 21 frá 3. apríl 2013 Kapittul 1 Hoyritól Kapittul 2 Umsiting Kapittul 3 Vanligar treytir Kapittul 4 Privatir
forbindelse med både ansættelse, ændring i ansættelsesforhold og ved afslutning af ansættelsen.
Retningslinie Uppgávu- og ábyrgdarbýtið ímillum og eindir/leiðarar á LS, tá ið byrjar í starvi, broytir starv innanhýsis ella fer úr starvi / Opgave og ansvarsfordeling mellem medarbejdere og afdelinger
Konference om affald på havet
Konference om affald på havet Miljøtilsyn lavet af Skipaeftirlitið Skipaeftirlitið (maritime( myndigheder) Tilsyn som er krævet efter bekendtgørelse nr. 122 fra den 25. november 2005 / 11 stk. 3 og aftale
Nye kranuddannelser. Side 1
Nye kranuddannelser Side 1 Gamle Certifikat til kraner m.v. A: Tårndrejekraner (byggekraner), havnekraner (skinnekørende), svingkraner, højbanekraner, skibsværftskraner o.l. B: Mobilkraner C: Certifikatkrævende
Sagsøgeren har påstået sagsøgte dømt til at betale 42.400 kr. med procesrente fra den 26. juni 2003, subsidiært procesrente fra den 22. april 2008.
DOM Afsagt af retten på Færøeme den 22. december 2009 IBS-sagnr. 619/2008 Skatteyderi mod TAKS Samandráttur: Málið snýr seg partvís um saksøkjarin, skattagjaldari, skal rinda mvg av skrásetingaravgjaldinum
Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland
Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland I medfør af 41, stk. 6, 53, stk. 8, og 95 i lov om arbejdsløshedsforsikring m.v., jf. lovbekendtgørelse
Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging
Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging Galdandi frá 1. januar 2016 1. Tryggingaravtalan Stk. 1. Tryggingaravtalan fevnir um bólkalívsavtaluna og niðanfyristandandi tryggingartreytir. Stk. 2. Frávik til
Uttanríkis- og vinnumálaráðið
Uttanríkis- og vinnumálaráðið Løgtingið Dagfesting: 1. november 2018 Mál nr.: 17/00276 Málsviðgjørt: jd Løgtingsmál nr. 70/2018: Uppskot til løgtingslóg um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi o.a.
Løgtingsmál nr. 115/2011: Uppskot til løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin) Uppskot. til. løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin)
Løgtingið. Tórshavn, tann 9. januar 2012 VMR j.nr.: 11/00401 Viðgjørt: ABD Løgtingsmál nr. 115/2011: Uppskot til løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin) Uppskot til løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin)
Fyraftensmøde om de nye kranuddannelser. Side 1
Fyraftensmøde om de nye kranuddannelser Side 1 Gamle Certifikat til kraner m.v. A: Tårndrejekraner (byggekraner), havnekraner (skinnekørende), svingkraner, højbanekraner, skibsværftskraner o.l. B: Mobilkraner
Mikudagin TANN 15. apríl verður ráðstevna á Hotel Føroyum um multiresistentar bakteriur og antibiotikaresistens
Mikudagin TANN 15. apríl verður ráðstevna á Hotel Føroyum um multiresistentar bakteriur og antibiotikaresistens Átøkini, ið verða framd til tess at fyribyrgja spjaðing av MRSA (Methicillin resistente Staphylococcus
At-VEJLEDNING. Kranførercertifikat. At-vejledning B.2.1.1-2
At-VEJLEDNING Kranførercertifikat At-vejledning B.2.1.1-2 August 2000 Opdateret maj 2014 2 Hvad er en At-vejledning? At-vejledninger vejleder om, hvordan reglerne i arbejdsmiljølov - givningen skal fortolkes.
Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding av elinnleggjarum
Johan Dahl, landsstýrismaður Vinnumálaráðið Tinganes FO-100 Tórshavn Landsstýrismálanevndin 01.06.2011 j. nr. 7.13-20110005 14 bl/td (at tilskila í svari) Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding
Vegleiðing at dagføra GPS-kort. Tillukku við tínum keypi av GPS-korti. Kortið fevnir um Føroyar.
Vegleiðing at dagføra GPS-kort Sp/f Munin Dalavegur 47 FO-100 Tórshavn Føroyar www.munin.fo E-mail : [email protected] Tlf. +298 35 36 00 Fax +298 35 36 01 Tórshavn tann 25-11-2013 Tillukku við tínum keypi
Eksempler på førercertifikatkrav iht. Arbejdstilsynets bekendtgørelse nr. 1346/2017 om arbejdsmiljøfaglige uddannelser
Eksempler på førercertifikatkrav iht. Arbejdstilsynets bekendtgørelse nr. 1346/2017 om arbejdsmiljøfaglige uddannelser Maskintype Certifikatkrav Bemærkninger Samløft med kran Certifikatkrav ift. anvendt
- Webundersøgelse, Fólkaskúlaráðið, oktober 2013. Fólkaskúlaráðið. Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på
Fólkaskúlaráðið Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på og erfaringer med ressourcentre på skolerne 2013 Udarbejdet af Scharling Research for bestyrelsen i Fólkaskúlaráðið, oktober 2013 Scharling.dk
Grannskoðaraeftirlitið. fghjklæøzxcvbnmqwertyuiopåasdfghj. Ársfrágreiðing og 2010
qwertyuiopåasdfghjklæøzxcvbnmqw ertyuiopåasdfghjklæøzxcvbnmqwert yuiopåasdfghjklæøzxcvbnmqwertyui opåasdfghjklæøzxcvbnmqwertyuiopå asdfghjklæøzxcvbnmqwertyuiopåasd Grannskoðaraeftirlitið fghjklæøzxcvbnmqwertyuiopåasdfghj
(Uppskot til) Løgtingslóg um djóravælferð (Djóravælferðarlógin) Kapittul 1 Almennar ásetingar
(Uppskot til) Løgtingslóg um djóravælferð (Djóravælferðarlógin) Kapittul 1 Almennar ásetingar 1. Lógin hevur til endamáls at fremja djóravælferð, djóravernd og virðing fyri tomum sum villum djórum. 2.
Liðugfráboðan til eftirlits av Brunaávaringarskipan
Síða 1 av 5 Til Brunaumsjón landsins, Tinghúsvegi 5, 100 Tórshavn Liðugfráboðan til eftirlits av Brunaávaringarskipan Anleggseigari Navn: Bústaður: Att.: Anlaggsadressa Navn: Bústaður: Kontaktpersónur:
umhvørvisgóðkenning MEST, Runavík
MEST Fjøruvegur FO-620 Runavík Argir hin 16. apríl 2014 Málsnr.: 14/00011-19 Málsviðgeri: Lena Ziskason umhvørvisgóðkenning MEST, Runavík Virki: Adressa: MEST, Runavík Fjøruvegur, 620 Runavík Matr. nr.:
Heilsu- og innlendismálaráðið
Heilsu- og innlendismálaráðið Løgtingið Dagfesting: 5. januar 2018 Mál nr.: 17/00573-14 Málsviðgjørt: MHR Løgtingsmál nr. xx/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í Anordning om ikrafttræden for Færøerne
OVERENSKOMST FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ FARMAKONOMFORENINGEN MELLEM
2010 OVERENSKOMST MELLEM FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ og FARMAKONOMFORENINGEN 1 Ansættelse... 3 2 Løn... 3 Farmakonomer og defektricer... 3 Mellemledere... 3 Ledende farmakonom/souschef... 3 Systemansvarlige og undervisere...
SÁTTMÁLI MILLUM FARMAKONOMFORENINGEN OG FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ
SÁTTMÁLI MILLUM FARMAKONOMFORENINGEN OG FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ 1 Ansættelse Stk. 1. Denne overenskomst omfatter farmakonomer og defektricer ansat i det færøske apotekervæsen. Stk. 2. Apoteket er forpligtet til
Bygnaðarbroytingar, tænastumenn og grundgevingar
Bjarni Mortensen Bygnaðarbroytingar, tænastumenn og grundgevingar Bjarni Mortensen 1 Úrtak. Greinin er skrivað sum partur av próvtøkuni á skeiði í føroyskum kollektivum arbeiðsrætti. Greinin viðger støðuna
DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál. Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess
DANSK 1-2-3 Danskt sum 1., 2. og 3. mál Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess Hvat halda næmingar um danskt og undirvísing í donskum / Hvad synes eleverne om dansk og danskundervisningen? Spørgeskemaundersøgelse
Løgtingsmál nr. xx/2008: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tænastumenn landsins. Uppskot. til
Tórshavn, tann 19.februar 2008 J.Nr.: 8201-73-0003/2007 (at tilskila í svari) Viðgjørt: sn Løgtingið Løgtingsmál nr. xx/2008: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tænastumenn landsins.
Løgtingið Tórshavn, tann 9.juni 2015 J.nr.: 12/ Løgtingsmál nr. / 2015: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar søloven
Løgtingið Tórshavn, tann 9.juni 2015 J.nr.: 12/00004 Løgtingsmál nr. / 2015: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar søloven Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri
Frágreiðing frá arbeiðsbólki, ið skal lýsa hvørji átøk kunnu gerast til tess at fyribyrgja at borgarar enda uttanfyri arbeiðsmarknaðin
27. april 2015 Mál: 13/00525-28 Viðgjørt: Jeanette E. Blaasvær Frágreiðing frá arbeiðsbólki, ið skal lýsa hvørji átøk kunnu gerast til tess at fyribyrgja at borgarar enda uttanfyri arbeiðsmarknaðin Í juni
Løglisti * Partur II F RÁGREIÐING LØGMANS Á ÓLAVSØKU 2009
Løglisti * Partur II * Har * er sett eftir eitt lógaruppskt, merkir hetta, at uppsktið er partur av ólavsøkupakkanum hjá landsstýrinum. Løgmansskrivstvan Uppskt til løgtingslóg um bryting í løgtingslóg
LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR
Tórshavn, tann 5. november 2007 J.Nr.: 200700058 (at tilskila í svari) Viðgjørt: Álit viðvíkjandi avgerð hjá Løgmansskrivstovuni um noktan av almennum innliti í skjøl viðvíkjandi føroysku sendistovuni
Dátueftirlitið Tinganes - Postboks Tórshavn Telefonnr:
Fíggjarmálaráðið Traðargøta 39 FO-160 Argir Tórshavn, tann 19. apríl 2007 J. nr.: 20070025-4 Viðgjørt: KJ/IE Viðvíkjandi Lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask af udbytte og finansiering af
Løgtingsmál nr. 126/2007: Uppskot til løgtingslóg um havnir. Uppskot. til. løgtingslóg um havnir
Fólkaflokkurin Sambandsflokkurin Sjálvstýrisflokkurin Løgtingið Løgtingsmál nr. 126/2007: Uppskot til løgtingslóg um havnir Uppskot til løgtingslóg um havnir Kapittul 1 Øki og allýsingar 1. Lógin er galdandi
Lovbekendtgørelse om offentlig forsorg, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 105 frá 3. november 2016
Nr. 100 2. marts 1988 Lovbekendtgørelse om offentlig forsorg, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 105 frá 3. november 2016 Kapitel I Forsørgelsespligten Kapitel II Forsørgelsesstedet Kapitel III Kontanthjælp
Málsgongd Við skrivi, dagfest 12. desember 2008, sendi Mentamálaráðið soljóðandi uppsøgn til klagaran:
Tórshavn, tann 23. apríl 2013 J.Nr.:28/ 201200015 / 13 (at tilskila í svari) Tykkara J.nr. Álit viðvíkjandi klagu um skikkaða eftirløn hjá tænastumanni Við skrivi, dagfest 6. februar 2012, hevur A sent
Gamlar myndir úr Norðuroyggjum
Nr. 289 Hósdagur 20. mars 2003 10,- Síða 20 Símun Johan Wolles 70 ár Løgtingsmál viðvíkjandi fiskivinnu og -monnum Vit greiða frá teimum framløgdu tingmálunum, sum viðvíkja fiskimonnum. Síða 6-9 FF hevur
Føroyska bygningsreglugerðin 2015
Fylgiskjal 1 Føroyska bygningsreglugerðin 2015 1 Fyrisitingarligar ásetingar... 6 1.1 Alment... 6 1.2 Nýtsluavmarkingar av bygningsreglugerðini... 6 1.3 Umsókn um byggiloyvi... 8 1.3.1 Formkrøv til umsóknartilfar...
HEILSUMÁLARÁÐIÐ. Til: hoyringspartar
HEILSUMÁLARÁÐIÐ Til: hoyringspartar Tórshavn, 01.06.2011.2011 Mál: 09/00691-6262 Tygara skriv: Viðgjørt: JS Viðvíkjandi uppskoti til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lov om klage- og erstatningsadgang
Orðið eigur í føroyskari felagsverklóg 1
Orðið eigur í føroyskari felagsverklóg 1 Snorri Fjallsbak 2 Tað er stórur munur á einari kanin og einari kanón. Tí er tað sera umráðandi, at vit gera okkum ómak, tá ið vit skriva orðini, og at vit stava
Lovtidende A. 2011 Udgivet den 1. december 2011. Bekendtgørelse om arbejdsmiljøfaglige uddannelser. 28. november 2011. Nr. 1088.
Lovtidende A 2011 Udgivet den 1. december 2011 28. november 2011. Nr. 1088. Bekendtgørelse om arbejdsmiljøfaglige uddannelser I medfør af 41, 41 b, 74, 76 og 84 i lov om arbejdsmiljø, jf. lovbekendtgørelse
Føroyska bygningsreglugerðin 2017 (FBR17)
Skjal 1 Føroyska bygningsreglugerðin 2017 (FBR17) 1 Fyrisitingarligar ásetingar... 7 1.1 Alment... 7 1.2 Nýtsluavmarkingar av bygningsreglugerðini... 7 1.3 Umsókn um byggiloyvi... 9 1.3.1 Formkrøv til
Leiðarans leiklutur og samskifti í broytingum
Leiðarans leiklutur og samskifti í broytingum Jóhannes Miðskarð og Marin G. Petersen Samandráttur Í hesi grein greiða vit frá týdninginum, ið leiðarans leiklutur og samskifti hava undir broytingum. Vit
Bekendtgørelse om arbejdsmiljøfaglige uddannelser
Page 1 of 17 BEK nr 1088 af 28/11/2011 Gældende Offentliggørelsesdato: 01-12-2011 Beskæftigelsesministeriet Oversigt (indholdsfortegnelse) Kapitel 1 Kapitel 2 Kapitel 3 Kapitel 4 Kapitel 5 Kapitel 6 Kapitel
TUR s Krankonference 2007 Indlæg fra Arbejdstilsynet
TUR s Krankonference 2007 Indlæg fra Arbejdstilsynet v. civilingeniør Anders Mortensen Arbejdsmiljøfagligt Center Indhold: AT regler på kranområdet, hierarki, m.m. Nye regler om førercertifikat til teleskoplæsser
BYGNINGSKUNNGERÐIN 2017
BYGNINGSKUNNGERÐIN 2017 Hesi fyrivarni eru tikin til innihaldið Í sambandi við útgávuna av hesi prentútgávu av kunngerð nr. 72 frá 27. juni 2016 um bygnings kunngerð 2017, hevur Landsverk sett kunn gerðina
LØG M A N S S K R I V S T O V A N. P r i m e M i n i s t e r s O f f i c e
Løgtingið Tinghúsvegur 3 100 Tórshavn 20. september 2016 Mál: 0692-001/16 Viðgjørt: NF Lógartænastan Løgtingsmál nr. 14/2016: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om
Givið út 1. juli 2016
Givið út 1. juli 2016 Nr. 72 27. juni 2016 Kunngerð um bygningskunngerð 2017 (BK17) Við heimild í 3, 5, stk. 1, 6, stk. 1, 8 og 18, 20, stk. 2 og 5, 21, stk. 2 og 22, stk. 1 og 2 í løgtingslóg nr. 60 frá
DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál
DANSK 1-2-3 Danskt sum 1., 2. og 3. mál Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess Hvat halda føroyskir lærarar um danskt og undirvísing í donskum / Hvad synes færøske lærere om dansk og danskundervisningen?
Námsferð 25. mai 5. juni 2017
Námsferð 25. mai 5. juni 2017 7.a og b - Sankta Frans skúli Foreldrakunning 10. mai 2017 ...líka... Tá ið vit eru liðug í kvøld stápla stólarnar saman Hettutroyggjur við prent Myndatøka juni floksmynd
hægri útbúgvingartilboð í Føroyum er tað møguligt? Hannes Gislason, Prof., PhD., deildarleiðari, Náttúruvísindadeildin
Fjarlestur frá topp 16 til 100 hægri útbúgvingartilboð í Føroyum er tað møguligt? g Hannes Gislason, Prof., PhD., deildarleiðari, Náttúruvísindadeildin 2 Fjarlestur skrá Evnir Hví fjarlestur? Fjarlestur
Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin. Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014
Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014 Integration og eksklusión versus inklusión Integratión merkir at vera so normalur, sum gjørligt,
Grannskoðaraeftirlitið. Grannskoðaraeftirlitið. Ársfrágreiðing. Almannakunngjørd 23. juni 2017
Grannskoðaraeftirlitið Ársfrágreiðing 2016 Almannakunngjørd 23. juni 2017 Skrivstovuhald: Skráseting Føroya Sigmundargøta 13 Boks 264 110 Tórshavn Tlf.: +298356010 E-mail: [email protected] Innihaldsyvirlit
De vigtigste regler om, hvornår man skal have erhvervet certifikat for at måtte føre kraner.
AFC/SBT 29. september 2017 Kranførercertifikat At-vejledning 1.9.4 November 2017 Vejledningen gælder fra den 1. januar 2018 De vigtigste regler om, hvornår man skal have erhvervet certifikat for at måtte
Regler om førercertifikater
Regler om førercertifikater FORENKLING AF REGLERNE OM FØRERCERTIFIKATER Nye regler om kranførercertifikater træder i kraft pr. 1. januar 2018. De nuværende regler om førercertifikater faldt bort med udgangen
Klagan til TV2. Hvat kann gerast. Upplivdi illveðrið í 1932, ið beindi fyri formanni í FF. Livravirkið á Eiði. Frásøgn hjá Andrew Godtfred:
Nr. 323 Hósdagur 5. august 2004 12,- Síða 13 Livravirkið á Eiði Nýggj roynd at gagnnýta livrina og aðrar úrdráttir. Vit hava verið á Eiði og hitt virkisleiðaran Onnu Katrin Matras. Síða 9 Frásøgn hjá Andrew
Læknavaktin Mannagongd 2014
Læknavaktin Mannagongd 2014 Innihald Formæli... 2 Læknavaktin 1870... 3 Norðuroyggjar og Klaksvíkar Sjúkrahús... 4 Suðuroy og Suðuroyar Sjúkrahús... 5 Sandoy, Skúvoy og Dímun... 6 Apotekini... 7 Løgreglan...
Bakstøði Ynski var: - At lýsa teir møguleikar og tær treytir eldri fólk í Føroyum hava fyri einum góðum lívi í eldri árum - At lýsa hvørji átøk kunnu
URININKONTINENS HJÁ KVINNUM MILLUM 60 OG 65 ÁR Í FØROYUM Títtleiki og ávirkan á gerandislivið Ása Róin, Sjúkrarøktarfrøðingur og Master í professiónsmenning Hildur við Høgadalsá, Sjúkrarøktarfrøðingur
LEIÐREGLUR FYRI EMBÆTISFÓLK Í LANDSFYRISITINGINI
LEIÐREGLUR FYRI EMBÆTISFÓLK Í LANDSFYRISITINGINI Leiðreglur fyri embætisfólk í landsfyrisitingini Høvundur: Jóanna Djurhuus Verkætlanarleiðsla: Birita Nolsø Grafisk uppsetan: KREA Prent: Føroyaprent Løgmansskrivstovan
