LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR
|
|
|
- Arthur Overgaard
- 8 år siden
- Visninger:
Transkript
1 Tórshavn, tann 12. juni 2008 J.Nr.: / 41 (at tilskila í svari) Álit viðvíkjandi klagu um avgerð hjá kærunevndini í lendismálum um noktan av byggiloyvi til bilskýli Við skrivi, dagfest 13. november 2007, hevur A sent umboðsmanninum soljóðandi klagu: Viðvíkjandi byggimáli í Tórshavn hjá A at byggja carport í mark. Málið er viðgjørt av kommununi og Føroya Kærustovni, uttan at hava fingið ta viðgerð undirritaði heldur vera tann rætta. Málið snýr seg um, at søkt er um loyvi at byggja lítlan carport á grundstykkinum matr. nr., Tórshavn. Framman undan eru sethús og ein garasja bygd á stykkinum. Og ætlandi skuldi carporturin byggjast í gripanum millum garasjuna, sethúsini og grannamarkið. Tað, ið eg vil leggja fyri umboðsmannin er sjálvur spurningurin at byggja carport í markið og tað, at kommunan krevur, at so skal brandmúrur gerast eftir markinum. Tað meini eg, at hvørki orsøk ella grundarlag er fyri at krevja, og vil eg lýsa hetta, vónandi, í stuttum. Somuleiðis haldi eg, at kommunan fer skeiv, tá hon roknar bygging í grannamark og bygging í vegmark fyri at vera tað sama. Hon fer eisini skeiv, tá hon krevur brandkamb millum garasjuna og carport, men júst tað er kanska ikki eitt mál í hesum føri. Øll skjøl nr eru viðløgd málinum. Eitt sindur um málgongdina Kommunan svarar mær í skrivi dagf. 21/09/2006 m.a., at umsóknin verður ikki gingin á møti vísandi til almennu byggisamtyktina: 1). Veggur móti grannamarki skal vera eldverjuveggur (BS 120) samb. kap , pkt. 5. 2). Mesta hædd á veggi skal vera 2,5 m samb. kap. IV, 25, pkt. 6b. Til punkt 1. kap , pkt. 5. sigur soleiðis: 5. Útveggur á húsum, sum vendir móti grannamarki og ikki er í minsta lagi 2,5m frá tí, skal gerast sum eldverjuveggur. Undantøk kunnu verða loyvd, um so er, at tað ber til TRAÐAGØTA 43 POSTSMOGA ARGIR TELEFON TELEFAX [email protected]
2 fyri eldvanda, eitt nú tá ið bygt verður sambært góðkendari heildarbyggiskipan fyri økið, ella so er, at trygd er fyri at frástøðan millum húsini, sum venda móti markið á teimum báðum grundstykkjunum, ikki verður minni enn 5 m. Eg vil eisini vísa á, at carporturin verður í ongum føri ein brunatrygdarligur vandi, hvørki fyri míni sethús ella grannahús. Men eftir umsókn um frávik, velur kommunan at flokka hetta sum eitt týðandi frávik í brunatrygdarligum sambandi. Henda niðurstøða kommununnar kann bara standast av manglandi ástaðarkunnleika, tí veruligu umstøðurnar uppfylla treytirnar fyri undantaki. Til punkt 2) kap. IV, 25, pkt. 6b. b. Bygningurin má ikki í einum fráleika upp til 2,5 m frá grannamarki vera hægri enn 2,5. Ásetingin um hædd á bygningi er ikki mótmæld. Tó vísi eg kommununi á, at mátingin skal fara fram inni á mínum stykki og á staðnum. Tað hevur kommunan ikki gjørt. Á hjáløgdu myndum sæst, hvussu ójavnt lendið millum tvær ognir í summum førum kann vera. Kommunan svarar mær í skrivi dagf. 24/10/2006 m.a., at umsóknin verður ikki gingin á møti vísandi til Almennu byggisamtyktina. 1. Byggiætlanin er í stríð við kap. IV, pkt. 6 b, at ikki kann byggjast longur enn 12 m móti tveimum mørkum. 2. Umframt verður víst til undanfarna skriv. Kommunan svarar mær í skrivi dagf. 21/11/2006, at hon leggur umsóknina fyri byggiog býarskipanarnevndina. Hetta tí eg havi søkt um loyvi at byggja carportin sum ætlað, vísandi til at talan er um minni frávik, soleiðis sum kommunan hevur víst á, at umsøkjarar kunnu gera. Kommunan svarar mær av nýggjum í skrivi dagf. 05/01/2007, at byggiloyvi verður ikki givið tí talan er ikki um minni frávik, at málið verður ikki lagt fyri bygginevndina og, at hetta er endaligt svar. -Hvussu kunnu kommunan og kærunevndin grundgeva fyri at talan er um týðandi brunatrygdarligt frávik, tá tað í KBB 99 og samb. reglum í hinum norðurlondum als ikki er grundarlag fyri generelt at seta brunakrøv til carport í marki,- tað eftirlýsi eg. Í skrivi frá kommununi dagf. 17/01/2007 verður kortini sagt frá bygginevndarfundi, at umsóknin um carportin verður ikki gingin á møti. Víst verður til krøv í undanfarnum skrivum og nevnd verður tilvísingin kap. IV, 25, pkt. 6 a um 12 m bygging í tvey mørk. Eg loyvi mær at vísa á, at viðurskifti um bilskúr og bilskýli og brunatrygd verða m.a. nomin við í hesum støðum í kommunalu almennu byggisamtyktini: 1. í kap. VI, 7. Onnur hús enn bústaðarhús 2. í kap. VI, 9. Gistingarhús og tílíkt. 3. í kap. IV, 25. pkt. 5; brandvegg í mark. 4. í kap. IV, 25. pkt. 6a; max 12 m í tvey mørk. 5. í kap. VI, 10. pkt. 1,2 og í kap. VIII brunaviðurskifti samb. brunalógini (Heitið (RBB) í byggisamtyktini er skeivt skrivað. Skal vera KBB = kunngerð um brunaverju og brunatrygd) 7. í kap. IX eldstaðir og brunaviðurskifti samb. brunalógini Almenna byggisamtyktin fyri Tórshavn Kap. VI. sigur soleiðis í 10. Bilskúr og bilskýli: 2/34
3 "1. Bilskúrur skal standa í minsta lagi 5 m frá marki til veg. Tó kann byggivaldið, tá ið talan er um minni týðandi veg, ella tá ið lendi ikki loyvir tí, geva loyvi til, at bilskúrur verður settur nærri vegi. 2. Bilskúr við einari gólvvídd upp til 50 m2 og bilskýli við einari takvídd upp til 50 m2 skulu verða gjørd í samsvari við hesar ásetingar: a. Møgulig gólvlegging skal verða tilevnað úr elddyggum tilfari. b. Grundin (gólvið) skal vera úthall. c. Bilskúr skulu vanliga verða luftað gjøgnum op, sum eru sett í veggjum yvirav hvørjum øðrum. d. Tað er ikki loyvt at hava eldstað, ella tá ið tað er bilskúr, reinsilemm til skorsteinin. e. Um so er at bilskúr ella bilskýli verður bygt upp í sethús ella gjørt í kjallaranum í sethúsum- ella í stovuhæddini, skulu skilaveggirnir inn móti sethúsunum verða stoyptir úr betong í minsta lagi 12 cm tjúkkir. f. Úr bilskúri skal vera gongd út, tó so at BD-60 hurð kann verða sett í skilaveggin. g. Gólv, sum er loft yvir bilskúri ella bilskýli, skal verða gjørt við yvirflata innan, sum ikki er lakari enn 13 mm tjúkk gipspláta. 3. Bilskúrur og bilskýli við vídd, ið er størri enn 50 m2, skulu í hvørjum einstøkum føri verða gjørd við serstakari góðkenning byggivaldsins." Eg loyvi mær at vísa á, at tað er ikki definerað hvat er bilskúr og hvat er bilskýli. Nær er talan um garasju og nær er talan um lættan carport. Hvussu nógv er ein carport innilokaður og hvussu tungum/løttum tilfari hann kann verða gjørdur úr, er ikki útgreinað nakrastaðni. Og nevnast kann, at tað kann verða ein glíðiskali frá 4 stólpum við einum taki úr plast plátum, til ein lokaðan garasjubygning við stoyptum veggjum ella bjálvaðum veggjum úr viði o.t. Undir punkt 2 e er ikki logiskt samanhang millum krøvini í sethúsum, har garasja og / ella carport (bilskýli) eru innbygd. (krav er um skilaveggir, men ikki til skilagólv) Eisini kann vísast á, at um bilskúrur merkir garasja og bilskúr merkir carport, so verður punktið 10 2 e ikki hevdað av kommununi. Her brúkar kommunan konsekvent ásetingarnar í KBB 99. Ásetingarnar í KBB 99 eru eitt sindur lakari men meiri konsekventar, enn krøvini í kommunalu byggisamtyktini. Tað er fyri so vítt eisini rímiligt at kommunan brúkar KBB 99, tí almenna byggisamtyktin vísir borgarunum til: KAP. VIII. BRUNAVIÐURSKIFTI Viðvíkjandi ásetingum um brunaviðurskifti eru krøvini í "Reglugerð um brunaverju og brunatrygd 1-19 (RBB) galdandi. KAP. IX. ELDSTAÐIR, HITAVERK OG SKORSTEINAR Viðvíkjandi ásetingum um eldstaðir, hitaverk og skorsteinar eru krøvini í "Reglugerð um brunaverju og brunatrygd (RBB) galdandi. Eg loyvi mær at rokna við, at her setur byggisamtyktin reglurnar hjá brunaumsjónini í gildi - um tær ikki eru í gildi frammanundan. Síðani loyvi eg mær at nevna, at tað er spell at kommunan niðurger myndirnar úr Danmark av carportum bygdar í grannamark. Orsøkin til tær myndirnar var fyri óheft at vísa á, hvussu byggimál um carport verða umsitin, har reglurnar um júst carport eru tær somu, sum í kunngerðini um brunatrygd hjá brunaumsjónini og, sum kommunan entá vísir til í kap. VIII og kap. IX eru galdandi, sambært hennara egnu Almennu byggisamtykt. Viðvíkjandi avgerðini hjá Føroya Kærustovni Viðvíkjandi avgerðini hjá Føroya Kærustovni - Kærunevndin í lendismálum - skal vísast á, at viðgerðin tekur væl saman um míni sjónarmið. Men kærunevndin nevnir eisini, at eg spyrji hvørjar reglur eru galdandi. Hetta verður tó ikki svarað. 3/34
4 Eg haldi at tað er óheppið, tá mítt tilfar vísir á samanbland og praksis við reglurnar hjá brunaumsjónini viðvíkjandi í hesum føri júst garasjum og sokallaðum carportum, at kærunevndin IKKI tekur støðu í teimum viðurskiftunum men vísir til, at tað hoyrir undir einum øðrum landsstýrismanni. Kanska eitt sindur løgin niðurstøða, tá Almenna Byggisamtyktin vísir til nettup reglurnar hjá brunaumsjónini og kommunan brúkar tær í óteljandi førum. Umframt haldi eg, at kærunevndin tekur byggiliga støðu, tá hon sigur: Kærunevndin í lendismálum metti, at heimildin um undantak í 9 ikki eigur at vera nýtt til at geva byggiloyvi av tílíkum slagi, sum tygum hava søkt um, tí hetta fer út um tær ásetingar um undantøk, sum eru galdandi, tá bygt verður nærri granna enn 2,5 m, (undirstrikingin er mín). Eg fari við hjáløgdum myndum (xx myndir) vísa, at niðurstøða nevndarinnar ikki samsvarar við veruleikan. Kommunan hevur, eftir tiknu myndunum at døma, í hópin av førum viðgjørt mál samb. KBB 99 og givið byggiloyvi til m.a. carport uttan brandvegg í mark undir somu umstøðum, sum eru galdandi á mínum stykki, og her er tó hugsað um fult forsvarlig viðurskifti. Í so máta meti eg meg hava rætt til somu viðferð, og, vil eg undirstrika, uttan at tað skal elva til vánaligt praksis ella vandamikil viðurskifti. Mínar viðmerkingar til viðmerkingarnar hjá kommununi í skrivinum frá kærunevndini í lendismálum dagfest , skjalnummar 6. Sí skriv Tilpkt. 1. (Undirstrikingar eru mínar.) Fyrsta brot. Brotið vísir m.a. á, at bilskýli greitt kemur undir flokkingina "smærri" bygningar. Hvar hetta er flokkað veit eg ikki, men løtt tekja á stólpum er ongastaðni flokkað sum nakað, ið elvir til brunavanda og brandsmittu. Ein parkeraður bilur úti og bilur undir tílíkum carporti er brunaliga at rokna sum tað sama. Annað brot. Kommunan vísir á m.a., at KBB 99 ikki kann seta til viks brunatrygdarliga ásetingar hjá kommununi, settar í eini serstakari byggisamtykt. Mín fatan er: -1) At Almenna byggisamtyktin er ikki serstøk byggisamtykt. Hinvegin setur almenna samtyktin við kap. VIII og IX í gildi nettup tær serstøku reglurnar undir brunalógini (KBB 99), sum fevna serliga um brunatrygd viðvíkjandi byggingum. Hesar reglurnar, havi eg kannað, eru í samsvari við tilsvarandi nørrønar sambærligar reglur. -2) í sama viðfangi, sum kommunan sigur, at KBB 99 ikki setur Almennu byggisamtyktina til viks, so kann spyrjast hvønn status kap. VIII og IX hava. tá tað í kap. VI í Almennu byggisamtyktini 9. Gistingarhús og tílíkt stendur soleiðis: "1. Fyri hetta galda serligar ásetingar, sum verða ásettar av byggivaldinum." og tað í kap. VI 7. Onnur hús enn bústaðarhús stendur soleiðis: " 1. Ásetingarnar um innrætting av búðstaðarhúsum og av atgongdarviðurskiftunum galda eisini viðvíkjandi øðrum húsum í tann mun, tey verða javnmett við bústaðarhús, ella ásetingarnar eftir meting byggivaldsins eru í samsvari við tær treytir, sum mugu verða loknar, tá ið hugsað verður um, hvat húsini verða nýtt til. 2. Umframt tað, sum krevst eftir stk. 1, kann byggivaldið seta fram fleiri krøv viðvíkjandi innrætting og atgongd í tann mun trygdar-, bruna- og heilsugrundir gera tað neyðugt." (mín undirstriking) Hvat skal ein byggiharri og ein prosjekterandi halda seg til? -3) 4/34
5 skal hetta skiljast sum at byggivaldið eftir egnum tykki kann seta treytir fyri gistingarhúsum, eisini eftir at vit hava fingið reglurnar í KBB 99, -4) tí, at logikkurin hjá kommununi má væl vera, at tað er tann Almenna byggisamtyktin, sum setur reglurnar undir brunalógini, KBB 99, til viks, -5) nær hava reglurnar í KBB 99 gildi í Tórshavn? -6) tað er mær ógreitt, hví kommunan nær um dagliga sendir prosjekt til brunaumsjónina til viðgerðar eftir KBB 99. Fjóra brot, Eg fái illa góðtikið, at kommuna í mínum máli sigur, at siðvenjan í dag nú er, at øll bygging í mark skal hava brandvegg. Dømi um lætta bygging í Tórshavn uttan brandvegg í mark eru hjáløgd við myndum. Sjálvt íbúðarblokkar í tveimum hæddum uttan BS-120 brandvegg í mark er loyvt í Tórshavn og samb. KBB 99. Pkt. 2. At máta hæddina í markamótinum er ein spurningur um fysiskt at gera máting á staðnum. Tí haldi eg, at hetta ikki kann takast við sum partur í og grund fyri trætu og kæru. Eg havi sagt kommununi, at allir spurningar og øll viðurskifti sambært galdandi reglum verða lýstir uttan nakað drál. Men kommunan má vísa á heimildina, ið krøvini standa á. Pkt. 3. (Undirstrikingar eru mínar) Fyrsta brot. Kommunan sigur, at tað heilt greitt ikki verður skilað millum granna- og vegmark. Sum dømi vil eg vísa á orðingina í : "Kap. VI., ið sigur soleiðis í 10. Bilskúr og bilskýli: "1. Bilskúrur skal standa í minsta lagi 5 m frá marki til veg." Kap. IV. 25, pkt. 5. sigur soleiðis: "5. Útveggur á húsum, sum vendir móti grannamarki og ikki er í minsta lagi 2,5 m frá tí, skal gerast sum eldverjuveggur." kap. IV, 25, pkt. 6 b sigur soleiðis: "b. Bygningurin má ikki í einum fráleika upp til 2,5 m frá grannamarki vera hægri enn 2,5. Í Kap. IV 25, stk. 6 er orðaljóðið soleiðis: "Í 3. grundumráði skulu allar byggingar standa fyri seg t. e. í minsta lagi 2,5 m frá markinum. Undantikin eru bilskúrar, bilskýli, skúr og smá úthús við ongum eldstaði. Hesir smærru bygningar kunnu verða bygdir nærri grannamarki, tá ið hesar treytir verða loknar: a. Longdin á bygninginum móti grannamarki, má ikki vera størri enn 8 m, Vendir bygningurin móti tveimum mørkum, má samlaða longdin ikki vera størri enn 12 m. Viðmerking: Um søkt verður um byggiloyvi til bilskúr til 2 bilar, kann breiddin verða 6m og longdin 6 m." Eg haldi tað er heilt greitt undir hesum punkt a., at talan er um bygging í grannamark og, at seinna reglan er um bygging í 2 grannamørk, ið skal vera avmarkað til í mesta lagi tilsamans 12 m. Sjálvt um kommunan í summum førum sjálv vil síggja granna-og 5/34
6 vegmark sum eitt, so vil eg her vísa á, at kommunan kortini skilar millum grannamark og vegmark. Brunaumsjón landsins Eg kann upplýsa, at í summum spurningum havi eg spurt meg fyri hjá B deildarstjóri hjá Brunaumsjón landsins. Greitt er mær frá m.a. at Almenna byggisamtyktin hjá kommununi er skrivað út frá Bygningsreglementet for Købsteder og landet frá Hann var sjálvur við í tí arbeiðinum. Kommunan hevur síðani latið gjørt nakrar broytingar í samtyktini, men hevur ikki ansað eftir, at tað so hvørt eru komnar tilsvarandi reglur innan føroyskt lógarøki. Tað er orsøkin til at man í byggisamtyktini innan tað byggiliga, rekur seg í ósamsvar og yvirlappingar mótvegis øðrum reglum. Í komandi byggisamtykt fyri Klaksvík verður ruddað upp í júst tílíkum ósamsvari. Hvørjum kriterie skiftandi landsstýri hava góðkent Almennu byggisamtyktina eftir er ikki greitt. KBB 99 er í samsvari við dagføringar í norðurlondum, m.a. um vandapotensialið í carportum og garasjum, har komið eftir, at grundarlag er ikki fyri at seta órímilig krøv til hesar nýtslur. Brunaumsjónin sigur seg ikki kunna forsvara ella grundgeva fyri einum kravi um betongvegg til lættan carport bygdur í grannamark. Viðmerkingar til avgerð hjá kærunevndini í lendismálum Sum skilst fer kærunevndin uttan um reglurnar samb. brunalógini og fyriheldur seg bara til Almenna byggisamtykt fyri Tórshavn. Hon fer eisini uttan um mínar grundgevingar. Síðani tekur hon støðu til spurningin um undantak at gera carportið í grannamark. Nevndin sigur at reglan um frávik má tulkast trongt, og sigur víðari m.a. at órímilingar umstøður mugu ikki koma í, at frávik mugu gerast við umhugsni og nevndin sigur seg meta, at tað er ikki beint at geva undantak av tí slagi eg havi søkt um. A. Mín meting av hesum er, at tað kann ikki vera óforsvarligt at geva mær eitt undantaksloyvi, sum er vanlig byggipraksis í Tórshavn og í øllum skandinavia, og soleiðis sum m.a. myndirnar úr Danmark vísa. B. Heldur ikki kann tað skeikla trygdarstøðið, tá ið reglurnar í KBB 99 beinleiðis og detalierað loyva júst hesum slagi av lættari bygging í mark. C. Á hjálagda myndahefti vísi eg ein hóp av myndum úr Tórshavn, har eldri eins og heilt nýggj bygging av carportum og garasjum er framd í grannamark - uttan brandvegg. Tað skal viðmerkjast, at eg havi kannað eftir, og kann tí upplýsa, at fleiri av byggingunum, eisini av nýggjum slagi, hava lógligt byggiloyvi frá Tórshavnar kommunu. Eisini skal nevnast, at á støðum, har tað kundi vera ivi um lógliga bygging bleiv mynd ikki tikin. Somuleiðis kann nevnast, at í fleiri førum er brandveggur millum grannamark og garasjur og carport og, at eg havi ikki tikið myndir av tí. Í tveimum ella trimum førum eri eg í iva um betongveggur er aftanfyri timburklædningin, sum vístur er á myndunum. Tó stendur eftir, at tað er áralong siðvenja aftan fyri hjá kommununi at loyva, at lættur carportur kann byggjast í grannamark uttan brandvegg og, at kommunan hevur hildið seg til KBB 99 í byggiligum brunaverjandi spurningum í hópin av málum. Tað eru so nógv dømi um tað, at eg gavst at taka myndir. Tí kann pástandast, at kommunan praktiserar byggimál og viðgerð borgarar óeins, 6/34
7 at kommunan vanliga ella heilt ofta virkar eftir KBB 99, at kommunan við skiftandi starvsfólkum skiftir mannagongd, at tað er ikki óforsvarligt at byggja carport í mark undir umstøðum sum í mínum máli, har tað veruliga ikki elvir til, hvørki brunavanda ella brandsmittu, at kærunevndin kann ikki vísa til, at kommunan hevur ikki heimild at loyva "bilskýli" at standa í mark uttan brandvegg, tí hetta svarar ikki til praksis og veruleikan, at kærunevndin kann ikki vísa til, "at tað er ikki nakað, ið talar fyri at seta avgerðina hjá Tórshavnar kommunu tilsíðis, at tá tað ikki er vandagrundarlag fyri at krevja brandvegg, so hevur kommunan (ein myndugleiki) ikki rætt at krevja tað, hetta vísandi til norskar og danskar byggireglur og føroysku KBB 99, at kommunan í hópin av førum loyvir at byggja carport í mark, uttan at krevja brandvegg, at tað er ikki røtt framferð, at kommunan ikki upplýsir kærunevndini um sítt praksis at loyva carport uttan brandvegg í grannamark, at kærunevndin átti at sett seg inn í, hvat fyriferst innan bygging og byggimálsviðgerð í kommununi, at tað virkar løgið, at kærunevndin heldur reglurnar hjá brunaumsjónini liggja uttan fyri sítt øki, tá Almenna byggisamtyktin vísir til tær, og kommunan brúkar tær, at kommunan setur mær strangast møguligu krøv, heldur enn at geva mær tey rættindi, ið eru møgulig at geva mær, at spurnartekin kann setast um tað er beint, at kærunevndin í lendismálum fer inn í tann byggitekniska partin í málinum, at ein borgari skal prosjektera eftir galdandi reglum og lata kommununi tekningar og umsókn - men hvat skal borgarin halda seg til, tá kommunan skiftandi vísir til eitt og ger eitt annað. Hetta er tað eg, sum leikmaður seti fram fyri at vísa á byggimálið og ymist, sum liggur uppat tí og kann ávirka og lýsa míni sjónarmið. Um hetta er eitt so mikið prinsippielt mál, at Umboðsmaðurin kann taka tað upp, so vildi eg verið fegin, at tað bleiv gjørt. Um úrslitið bleiv, at mannagongdir og reglur av hesum verða greiðari fyri borgaran, so var hetta heldur ikki til fánýtis. Málsgongd Tann 3. juni 2006 sendi A soljóðandi umsókn til Tórshavnar kommunu: Umsókn um byggiloyvi Vísandi til hjáløgdu tekning av bil-skýli, verður hervið søkt um byggiloyvi á matr.nr. Mátið av tekningini er 1:100. Tann 10. juli 2006 sendi Tórshavnar kommuna klagaranum móttøkuváttan. Tann 21. september 2006 sendi Tórshavnar kommuna soljóðandi skriv til klagaran: Viðv.: umsókn um byggiloyvi til bilskýli á matr nr., Tórshavn. Tórshavnar kommuna vil við hesum siga frá, at umsókn tygara um byggiloyi til bilhús á matr. nr., Tórshavn, ikki verður gingin á møti. 7/34
8 Orsøkin er, at fylgjandi ásetingar í byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu ikki verða hildnar: 1. Veggur móti granna skal vera eldverjutryggur. Víst verður til kap. 4, 25, pkt Hædd skal vera í mesta lagi 2,5 m. Víst verður til kap. IV, 25, pkt. 6 b. Vit skulu annars gera vart við, at tekningarnar ikki eru nóg fullfíggjaðar. Tað ber t. d. ikki til at síggja, hvat tilfar verður brúkt og bert einstakar mátsetingar eru. Heldur ikki er upplýst nakað viðvíkjandi nettonýtslustigi. Sambært almennu byggisamtyktini hava tygum møguleika at søkja Tórshavnar kommunu um undantaksloyvi, har talan er um minni frávik. Í hesi umsókn eiga tygum tí at grundgeva hví tygum ikki kunnu halda tygum til ásetingarnar í almennu byggisamtyktini, og tygum eiga at eyðmerkja hvar tygum ikki kunna halda tygum til ásetingarnar. Fyri at loyva fráviki frá ásetingunum í byggisamtykti, krevst, at serlig viðurskifti gera seg galdandi. Umsókn um frávik verður viðgjørd í byggi- og býarskipanarnevndini, ið hevur fund eina ferð um mánaðin. Henda avgerð kann kærast til Føroya Landsstýri, Innlendismálaráðið, Postboks 159, Tinganes, FO-110, Tórshavn, innan 30 dagar frá móttøku av hesum brævi../. Hjálagt eru úrrit úr omanfyri nevndu ásetingum í almennu byggisamtyktini. Tann 28. september 2006 sendi klagarin soljóðandi skriv til Tórshavnar kommunu: Viðvíkjandi umsókn um bilskýli á matr. nr, Tórshavn, tygara j.nr. nr. Takk fyri svarskrivið dagf. 21/09/2006. Vit halda at kanska er onkur misskiljing komin í málið, og verður tí við hesum søkt av nýggjum at gera eitt bilskýli - carport - millum verandi garasju og grannamarkið. Grundstykkið er 524 m?. Sethúsini eru 120 m?. Byggistigið er sostatt 0,22. Verandi garasjan er 21,2 m?. Ætlaða bilskýlið er u.l. 21 m?. Vit loyva okkum at nevna, at henda umsókn um bilskýli (sí fotomynd løtt tekja á stólpum) ikki kemur undir húsabygging sum slíka, og kemur harvið ikki undir Kapp. VI, 25, -5. Heldur kemur hetta undir Kapp VI, 25, - 6. Eftirfylgjandi verður greitt frá undir hesi fortreyt. Viðvíkjandi bygging av bilskýíi í mark verður víst til Kapp VIII Brunaviðurskifti. Galdandi á hesum øki er í dag KBB 99, Kapp. III grein (Hóast ásetingarnar í -5. kann á einum grundøki, uttan serlig tiltøk móti grannamarki, í sambandi við einbýlishús byggjast 1 av teimum í -5. nevndu smáu húsum treytað av at...(max 50 m?).: Bilskýli ella onnur skýli kunnu byggjast fast í einbýlishús á sama grundstykki uttan serstøk brunatrygdarlig tiltøk. Bilskýli er skýli við tekju og veggjum við í mesta lagi trimum síðum. Fjórða síðan (endin) skal vera heilt opin. Her kann vísast á, at verandi garasja, 21,2 m? er brunaliga skilað frá bæði sethúsunum og ætlaða carportinum. Brunadeildarveggurin leggur sostatt upp fyri 8/34
9 fráleikakrøvum, sum annars kundu komið upp á tal í sambandi við vanliga samanbygging. Vísandi til omanfyri standandi skal verða vent aftur til málið, sum umsóknin snýr seg um. 1. støddin á hesum carportinum verður u.l. 21 m? 2. talan er um carport á stólpum, við ongum veggjum á 3 síðum. 3. carporturin verður á aðrari síðuni festur í garasjuveggin, sum er úr betong, og á hinari síðuni eru træstólpar á garðinum í mark. 4. tekjan verður úr einkultari tróðurplátu við ábrendum tjørupappi. 5. gólvið verður planerað við úthalli og annars sum túnið er. 6. eldstaður verður ikki. 7. El- installasjón verður møguliga ein "útilykt". 8. Vatnkrani verður ikki. 9. takrennufrárennsl og tílíkt verður ikki gjørt annað, uttan at regnvatn fer har tað hevur farið. Á hjáløgdu skitsum er víst, hvussu ætlanin er at byggja. Tann 24. oktober 2006 sendi Tórshavnar kommuna soljóðandi skriv til klagaran: Viðv. umsókn um byggiloyvi til bilskýli á matr nr., Tórshavn. Vit hava móttikið nýggju umsókn tygara dagf. 28. september 2006 um byggiloyi til bilskýli á matr. nr., Tórshavn Vit skulu boða fra, at umsóknin verður ikki gingin á møti og víst verður til grundgevingarnar í brævi okkara j. nr. Byggideildin metir ikki, at nakað er í nýggju umsóknini, sum kann broyta fyrru avgerð okkara. Hinvegin so skulu vit vísa á, at umframt nevndu grundgevingar, so er ætlan tygara eisini í stríð við kap. IV, 25, pkt. 6 b í byggisamtyktini, har tað er ásett, at samlaða longdin á bygningi móti tveimum mørkum ikki má vera størri enn 12 m. Sambært almennu byggisamtyktini hava tygum møguleika at søkja Tórshavnar kommunu um undantaksloyvi, har talan er um minni frávik. Í hesi umsókn eiga tygum tí at grundgeva hví tygum ikki kunnu halda tygum til ásetingarnar í almennu byggisamtyktini, og tygum eiga at eyðmerkja hvar tygum ikki kunna halda tygum til ásetingarnar. Fyri at loyva fráviki frá ásetingunum í byggisamtykti, krevst, at serlig viðurskifti gera seg galdandi. Umsókn um frávik verður viðgjørd í byggi- og býarskipanarnevndini, ið hevur fund eina ferð um mánaðin. Henda avgerð kann kærast til Føroya Landsstýri, Innlendismálaráðið, Postboks 159, Tinganes, FO-110, Tórshavn, innan 30 dagar frá móttøku av hesum brævi. Tann 7. november 2006 sendi klagarin soljóðandi umsókn til Tórshavnar kommunu: Umsókn um byggiloyvi til Carport á Matr. nr., Tórshavn, 9/34
10 Tygara j.nr. Takk fyri svarskrivið dagfest 24/10/2006 Nevnda skriv gekk ikki byggiumsókn okkara á møti og vísti m.a. á hetta: 1. Veggur móti granna marki skal vera eldverjuveggur samb. Kap. IV, 25, pkt Hædd skal vera í mesta lagi 2,5 m samb. Kap. IV, 25, pkt. 6 b. 3. Einki nýtt er, sum kann broyta avgerð okkara. 4. Ætlan okkara er í stríð við Kap. IV, 25, pkt. 6 b í byggisamtyktini viðv. bygging í 2 mørk. (tilvísingin er skeiv og eigur at vera " Kap. 25, pkt. 6 a viðv. mest 12 m bygt í 2 grannamørk") Vit loyva okkum at viðmerkja soleiðis: Til 1. Tað er ikki beint, at carport, bilskýli, skal hava eldverjuvegg móti granna. Hetta tí, at hetta kemur ikki undir Kap. IV 25, pkt. 5, men eigur at viðgerast út frá 25 pkt. 6 fyrsta petti seinna punktum, og næsta petti undir a. Hetta gongur eisini fram av KBB 99 Kap. III undir grein og viðv. carporti. Til 2. Byggingin er ætlað at vera so lág sum gjørligt einar 2,44 m og 2,48 m næst vegnum. Grannin hevur fyri undirritaða sagt seg einki hava ímóti hesum. Til 3. Tekningar vísa nú rímiliga neyvt, hvussu og hvat er ætlanin at byggja. Tó manglar at vísa, at carporturin verður í mesta lagi 2,45 m høgur, har markið gongur í vegin. Hetta er nú sett inn á tekningina. Til 4. Her kann tilskilast, at tað hevur ongantíð verið praksis, at bygging móti vegmarki er at rokna sum bygging í grannamark. Tað er eitt ótal av fordømun um hetta. Um hetta ikki er galdandi longur, so má kommunan í fyrsta lagi grundgeva fyri hesum. Í øðrum lagi verður søkt um frávik at byggja carport við lættari konstruksjón og stólpum (lætt tak á stólpum) sum víst á tekningunum við 6,5 m í grannamark. Í triða lagi verður søkt um sama loyvi at seta stólpar yvir eitt strekki uppá 5,6 m í sama grannamark. Byggisamtyktin skilar greitt millum bygging uppat (granna)marki og bygging móti vegi. Tað galda ikki somu reglur fyri hesi bæði hugtøkini, og tað eru greitt hvør síni atlit, ið skulu takast í hesum førum. Tilskilast kann, ella vísast kann á, at tað hevur ongantíð verið praksis, at bygging móti vegmarki er at rokna sum bygging í grannamark. Tað er, sum nevnt, eitt ótal av fordømum um hetta. Byggisamtyktin skilar greitt millum bygging uppat (granna)marki og bygging móti vegi. Tað galda einfalt ikki somu reglur fyri bygging við ella móti grannamarki sum fyri bygging við ella móti vegmarki ella vegmiðju. Talan er, sum nevnt, um at taka heilt hvør síni atlit. Eftir bestu sannføring okkara kann í samsvari við byggireglurnar og KBB 99 byggjast ein carport (løtt tekja á stólpum - altso eingir veggir) í mark uttan brunatrygdarlig krøv í grannamark. Við hesum verður kommunan vinarliga biðin um at viðgera hesa umsóknina. Tann 21. november 2006 sendi Tórshavnar kommuna soljóðandi skriv til klagaran: 10/34
11 Viðv. umsókn um byggiloyvi til bilskýli á matr nr., Tórshavn. Vit hava móttikið nýggju umsókn tygara dagf. 7. november 2006 um byggiloyvi til bilskýli á matr. nr., Tórshavn. Umsókn tygara er samstundis viðmerkingar til svarskriv okkara j. nr. Byggi- og býarskipanardeildin metir ikki, at nakað er í nýggju umsókn tygara, sum kann broyta avgerð okkara um ikki at ganga umsóknini um byggiloyvi á møti. Vit fara tí at ganga ynski tygara um at leggja málið fyri Byggi- og býarskipanarnevndina á møti. Í hesum sambandi fara vit at endurtaka fylgjandi vegleiðing: Sambært almennu byggisamtyktini hava tygum møguleika at søkja Tórshavnar kommunu um undantaksloyvi, har talan er um minni frávik. Í hesi umsókn eiga tygum tí at grundgeva, hví tygum ikki kunnu halda tygum til ásetingarnar í almennu byggisamtyktini, og tygum eiga at eyðmerkja hvar tygum ikki kunna halda tygum til ásetingarnar. Fyri at loyva fráviki frá ásetingunum í byggisamtykti, krevst, at serlig viðurskifti gera seg galdandi. Umsókn um frávik verður viðgjørd í byggi- og býarskipanarnevndini, ið hevur fund eina ferð um mánaðin. Vit heita á tygum um at boða frá, um tygum hava fleiri viðmerkingar, áðrenn málið verður lagt fyri Byggi- og býarskipanarnevndina Tann 17. januar 2007 sendi Tórshavnar kommuna soljóðandi skriv til klagaran: Frásøgn frá fundi í byggi- oq býarskipanarnevndini Kommunan hevur á fundi í byggi- og býarskipanarnevndini, tann 15. januar 2007 viðgjørt umsókn tygara um byggiloyvi til bilskýli á matr. nr., Tórshavn Nevndin samtykti ikki at ganga umsóknini á møti, vísandi til fylgjandi ásetingar í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu.: 1. Veggur móti granna skal vera eldverjutryggur. Víst verður til kap. 4, 25, pkt Hædd skal vera í mesta lagi 2,5 m. Víst verður til kap. IV, 25, pkt. 6 b. Harumframt verður víst til, at umframt nevndu grundgevingar, so er ætlanin eisini í stríð við kap. IV, 25, pkt. 6 a í byggisamtyktini, har tað er ásett, at samlaða longdin á bygningi móti tveimum mørkum ikki má vera størri enn 12 m. Henda avgerð kann kærast til Føroya Landsstýri, Innlendismálaráðið. Kærufreistin er 4 vikur frá móttøku av hesum brævi. Tann 20. januar 2007 hevur B, deildarstjóri á Brunaumsjón Landsins, gjørt soljóðandi notat í samband við fyrispurning frá A: Garasja og carport. Bilhús, bilskúr, bilskýli - hvat er hvat. Viðm. til málið hjá A matr. nr. Tórshavn. 11/34
12 Skrivið frá kommununi, vísir til mál um bilskýli í mark móti granna, brúkar heitið bilskýli. Men legg til merkis, at 25 pkt. 2 brúkar ikki heitið bilskýli, men bara til heitið, í dømisrekkjuni "BILSKÚR", úthús, smærri bygningar og sethús. Hvat er ein bilskúrur? Og hvat er bilskýli? Heimildarliga verður í skrivinum víst til Kap. IV, 25 pkt. 5. Kap. IV, 25 pkt. 5 sigur: "Útveggur á húsum, sum vendir móti grannamarki og ikki er í minsta lagi 2,5 m frá tí, skal gerast sum eldverjuveggur. Undantøk kunnu verða loyvd, um so er, at tað ber tilfyri eldvanda, eitt nú tá ið bygt verður sambært góðkendari heildarskipan fyri økið, ella so er, at trygd er fyri at frástøðan millum húsini, sum venda móti marki á teimum báðum grundstykkjunum, ikki verður minni enn 5 m." 25 pkt. 5 er ein generell áseting um hús, bygningar og tílíkt. Men vísast skal til umsóknina hjá A og undirstrikast skal, at tað verður ikki søkt um byggiloyvi til bygning, hús, bilskúr ella tílíkt. Skilligt er, at hús og bygningar í grannamark skulu hava eldverjuvegg - brandvegg. Hinvegin kann ikki sigast nóg skilliga, at søkt verður um loyvi til bilskýli, sokallað carport, sum er løtt tekja á stólpum, altso eitt skýli ella eitt skjól. Skrivið hjá kommununi vísir eisini til at umsitingin noktar umsøkta loyvið, tí nevndin ikki hevur heimild til at geva frávik í brunamálum. Hetta er tvætl. Brunatrygd kann røkkast á ymsan hátt. Nettup nevndin, skal taka dagar ímillum, hvørt trygdarstøðið er rokkið, fær hon haldgóða grundgeving at taka støðu til. Síðani vísir skrivið hjá kommununi til Kap, IV, 25, pkt. 6 b. Kap. IV, 25 pkt. 6 sigur: Í 3. grundumráði skulu allar byggingar standa fyri seg t.e. í minsta lagi standa 2,5 m frá markinum, undantikin eru bilskúrar, skúr og smá úthús við ongum eldstaði. Hesir smærru bygningar kunnu verða bygdir nærri grannamarki, tá ið hesar treytir verða loknar: a.... b.bygningurin má ikki í einum fráleika upp til 2,5 m frá grannamarki vera hægri enn 2,5 m. g. Veggur móti grannamarki, skal verða gjørdur sum eldverjuveggur. Frávik frá hesum er loyvt, tá ið tað ikki veksur um vandan av eldi. Fyrst kann spyrjast, nú fleiri umsóknir eru sendar kommununi, um kommunan hevur gjørt sær metingar um vandan fyri eldspjaðing í júst hesum førinum og, hvar fyriliggur so niðurstøðan um hetta til nevndina at taka støðu út frá? Síðani skal nevnast, at í hesum málinum hjá A, er tilskilað við skrift og við myndum, at talan er ikki um bilskúr samb 25, men um carport (løtt tekja á stólpum). Hesin carporturin verður, næst markinum, ikki hægri enn 2,5 m og takið verður flatt - við heilt lítlum halli, sum víst á tekningunum. Carporturin uppfyllir ásetingina um 2,5 m hæddarmark. Skrivið hjá kommununi sigur síðani, at eigarin søkir av nýggjum og vísir tá til brunaumsjón landsins. 12/34
13 Hetta er ikki røtt lýsing av umsóknini, tí umsøkjarin vísir til kommunalu Almennu Byggisamtyktina Kap. VIII og IX, ið vísa til brunatrygdarligu byggireglurnar sambært brunalógini. Hesar reglurnar hjá landinum skila ímillum garasju og carport. Og hesar reglurnar seta í hesum føri ikki krøv um brunatrygdarliga sundurskiling fyri carport - bilskýli. Henda kunngerðin definerar afturímóti, hvat ein carport ella eitt sokallað bilskýli er, og somuleiðis, hvat eitt bilhús ella ein garasja er. Í kommunalu almennu byggisamtyktini er afturímóti ikki definerað, hvat er ein bilskúrur, garasja, og hvat er eitt bilskýli, carport. Skrivið hjá kommununi vísir ikki til almennu byggisamtyktina Kap. VI, 10. Bilskúr og bilskýli. (tað er ikki definerað, hvør munurin er á bilskúri - garsju, og á bilskýli, carporti.) Her má tó roknast við, at við bilskúr meinast tað, sum í vanligari talu kallast garasja, sum er lítil bygningur við hurðum, veggjum og tekju. Herav má konkluderast, at bilskýli er tað sama sum carport, sum bara er eitt skýli (ein lívd fyri bilin) uttan veruligar útveggir. Um bilskúr og bilskýli afturímóti eru tað sama, so má gangast út frá, at ongar reglur eru í almennu byggisamtyktini fyri carporti (løtt tekja á stólpum). Í øllum norðurlondum, og í reglunum undir brunalógini verður skilað ímillum vanliga garasju, og úthús o.t.; og so tað brunaliga lætta skýlið, - tað vanliga kallaða carportið. Hetta skýlið, carportið, hevur í vanligari stødd at kalla ongar brunaligar ásetingar. Sum nevnt skilir altso núgaldandi KBB 99 millum garasju - bilhús og carport -skýli. Og har eru ikki ásettar brunatrygdarligar sundurskilandi treytir fyri lítlum carporti, bygdur í grannamark. Út frá hesum kann somuleiðis konkluderast at kap. IV, 25 pkt. 5 og pkt. 6 b, fevna um bilskúr = garasju, og ikki carport = bilskýli. At enda vísir skrivið frá kommununi til kap. 25, stk. 6 a, har ásett er, at samlaða longdin á bygging móti tveimum mørkum ikki má vera størri enn 12 m. Henda frágreiðingin í skrivinum gevur ikki rætta orðing úr 25, stk. 6 a. Kap. IV, 25, pkt. 6 a sigur soleiðis: "Longdin á bygninginum móti grannamarki, má ikki vera størri enn 8 m. Vendir bygningurin móti 2 markum, má hin longra síðan í mesta lagi vera 8 m og hin stytra síðan í mestalagi 4,0 m." Legg til merkis greiningina, definisjónina, "grannamark". Umsitingarliga er ikki beint at "gloyma" hetta aðalsiktið við greinini. Tí skal hetta nevnast: Vísast kann á, at ásetingin er vend móti bygging í grannamarki - ikki vegmarki. Hetta er lutvíst ein brunatrygdarlig regla og lutvíst ein trivnaðarlig regla, ið skal verja grannan móti brandsmittu og fyri ikki at blíva "innibygdur" og at ein eigari í heila tikið ikki ger seg inna á trivnaðarligu umstøðurnar í einum grannalagi. Tað hevur ongantíð verið ætlanin, ei heldur ella praksis, at rokna markamót móti vegi sum tað sama sum grannamark. Talan má tí vera um eina misskiljing. Síðani skal vísast á, at: Kap. IV, 25 í heila tikið ikki fevnir um bilskýli - carport. Kap. IV 25 fevnir um bygningar og ta dømisrekkju, sum er nevnd í júst hesi grein. 13/34
14 Vísast kann á óteljandi dømi um, at í hesum málinum hjá A, er sett á eina nýggja handfaring og fatan av byggireglunum, sum ikki var áður. Málið er einfalt viðgjørt út frá skeivum fortreytum, fyrst við at brúka skeivar greinar og síðani fyri at brúka hesar greinar til at forða fyri bygging av ein carporti, sum greinarnar ikki fevna um. Byggireglurnar samb. brunalógini, (sum almenna byggisamtyktin vísir til) siga soleiðis: Einbýlishús og garasjur, úthús, vakstrarhús, bilskýli og onnur skýli bygd nærri grannamarki enn 2,5 m skulu hava veggir, ið horva móti markinum, sum í minsta lagi lúka krøvini og Hóast ásetingarnar í -5. kann á einum grundøki, uttan serlig tiltøk móti grannamarki, í sambandi við einbýlishús byggjast 1 av teimum í -5. nevndu smáu húsum treytað av at: a. Bygningurin í mesta lagi er 50 m?. Tvey, ella fleiri enn tvey tílík (út)hús roknast sum eitt, tá sínámillum fráleiki teirra er minni enn 2,5 m. b. Bygningurin einans í einari síðu stendur í mark ella nærri tí enn 2,5 m. Í sambandi við stak einbýlishús kann tó í einum horni á grundstykkinum vera bygt í tvey mark. c. Garasja bygd nærri einbýlishúsum enn 1 m, á sama grundstykki, verður skilað frá einbýlishúsunum eins og ásett í d. Úthús, vakstrarhús o.t. bygd nærri einbýlishúsum enn 1 m, og á sama grundstykki, verða skilað frá einbýlishúsunum við BD-húsaluti Bilskýli ella onnur skýli kunnu byggjast fast í einbýlishús á sama grundstykki uttan serstøk brunatrygdarlig tiltøk. Bilskýli er skýli við tekju og veggjum við í mesta lagi trimum síðum. Fjórða síðan (endin) skal vera heilt opin. Niðurstøða: A. Kap. IV, 25 snýr seg um garasjur og tílík hús - úthús. Greinin snýr seg ikki um carport, sum bara er eitt skýli við lættari tekju á stólpum og ongum veggjum. NB. At krevja eldverjuvegg, BS 120, fyri at eitt carportur stendur í mark er púra burturvið. B. Kap. IV, 25, pkt. 6 a, um: Longdin á bygninginum móti grannamarki, er ein misskiljing, Greinin skal fatast sum ein áseting fyri bygging móti grannamarki, og grannamarkum, soleiðis sum tað eisini stendur tilskilað í kommunalu Almennu Byggisamtyktini. Greinin er ikki ætlað sum treyt fyri bygging í "vegmark". NB. At fara undir at praktisera hesa regluna grannamark er tað sama sum vegmark, soleiðis sum skrivið leggur upp til, er púra burturvið og tænir ongum endamáli. C. At umsitingin vísir til, at umsøkjarin í næstu umsóknini vísir til Brunaumsjón landsins, í staðin fyri tær reglurnar, sum umsøkjarin veruliga vísir til, er ikki góður umsitingarskikkur. NB¹. Tað er møguligt, at orðingin um brunaumsjónina stendst av, at umsitingin ikki roknar ásetingarnar undir brunalógini fyri at vera galdani. NB². Kommunala Almenna Byggisamtyktin Kap, VIII. Brunaviðurskifti, vísir jú til brunatrygdarligar byggireglur sambært brunalógini. Tí hevur A rætt til at verða viðgjørdur sambært teimum reglunum. (tær loyva ætlaðu byggingini hjá A) 14/34
15 D. Almenna byggisamtyktin Kap. VI, 10. Bilskúr og bilskýli, snýr seg um bæði garasju og carport. (Kommunala almenna byggisamtyktin definerar ikki, hvør munurin er á bilskúri -garsju, og á bilskýli - carporti.) Henda grein sigur, at garasjur og carport, bygd fast í sethús ella eru í kjallaranum, skulu skilast hvørt frá øðrum víð betongveggi. NB. Eingi krøv eru í almennu byggisamt iktini um sundurskiling í grannamark fyri carport, sum standa leys frá sethúsunum ella, sum eru brunaliga sundurskilað frá sjálvum sethúsunum. E. Kap. VI, 10. Bilskúr og bilskýli, = Byggireglurnar samb. brunalógini siga, at bilskýli = carport, kunnu byggjast í mark, uttan brunaliga sundurskiljing og við serligum veggi, treytað av, at bygt verður minst 1 m frá húsunum og at skýlið er max 50 m?. NB. Hetta hevur verið og er vanligt bæði í Havnini og um alt landið. Tí er eisini hevd fyri hesum. Umsóknin hjá A uppfyllir øll punktini undir niðurstøðuni, frá A til E. At enda: 1. Tað gevur onga meining at krevja BS 120 brandvegg í carporti bygdur í mark! 2. At rokna vegmark til at vera tað sama sum grannamark er ein misskiljing! Tann 4. februar 2007 kærdi A málið til Innlendismálaráðið. Tann 15. februar 2007 boðaði Innlendismálaráðið kæraranum frá, at Innlendismálaráðið hevði sent kæruna til Kærunevndina í Lendismálum, ið nú var rætti kærumyndugleiki. Eftir partshoyring, tók Kærunevndin í Lendismálum, tann 5. september 2007, avgerð í málinum. Avgerðin var soljóðandi: Avgerð tikin av Kærunevndini í lendismálum 5. september 2007 Kærunevndin í lendismálum avgjørdi ikki at ganga kæru tygara á møti. Málslýsing: Tygum kæra um, at Tórshavnar kommuna hevur noktað tygum byggiloyvi til eitt bilskýli. Kæran: Tygum kæra um avgerð, sum Tórshavnar býráð tók á fundi tann 15. januar Tygum søktu tann 3. juni 2006 um loyvi til at byggja eitt bilskýli á matr. nr., Tórshavn. Takið skuldi ganga yvir í markið hjá grannanum, sum hevði givið skrivligt loyvi til tess. Talan var um eitt bilskýli, sum var eitt tak útyvir bilstøðil. Takið skuldi verða í framhaldi av verandi garagu. Tygum vistu ikki betur enn, at byggiloyvi og grannaloyvi skuldi fáast tilvega, áðrenn byggingin kundi fara fram, og tískil varð umsókn send Tórshavnar kommunu. Kommunan noktaði at geva byggiloyvi, grundað á, at: 1. veggur ímóti granna skuldi vera eldverjuveggur, vísandi til kap. 4, 25, pkt. 5 og 2. hæddin skuldi vera í mesta lagi 2,5 m. Víst varð til kap. 4, 25, pkt. 6 b 15/34
16 Umframt vísti kommunan á, at kap 4, 25, pkt. 5 nevndi útvegg á húsum. Talan var ikki um nakran útvegg, men eitt tak, sum av góðum grundum ikki kundi hanga í leysari luft, men mátti hava góðar og berandi styttur undir, serliga sterkar, tá hugsað varð um, hvussu vindhart tað kann verða úti á. Eisini vísa tygum á, at takið er ikki hægri enn 2,5 m. Og harumframt eru tekningarnar gjørdar meira útgreinaðar. Tygum vísa til hjálagda brævaskifti millum tygum og Tórshavnar kommunu. Tygum vísa eisini til eitt notat frá Brunaumsjón Landsins, sum sigur, at einki er til hindurs fyri at byggja eitt bilskýli, soleiðis sum søkt varð um. Tygum vístu harumframt til eina avgerð frá Løgtingsins Umboðsmanni í desember Tann kæran snúði seg um, at kommunan ikki svaraði einum borgara, sum vendi sær til kommununa. Málið var um ein persón, sum bygdi ein skúr uttan byggiloyvi, og grannin kærdi, at bygt varð í mark uttan byggiloyvi og kravdi niðurtøku. Sum málið kundi verða lisið, vóru veggir og hurðar tiknar niður, soleiðis at eitt hálvtak stóð eftir. Tað, sum var áhugavert í hesum sambandi, var, at kommunan segði á s. 6, "...at hóast farið verður í Føroya Rætt við kravi um niðurtøku, er ivingarsamt um eitt hálvtak er brot á brunalóggávuna, og kanska heldur ikki brot á byggisamtyktina". Tygum eru av tí áskoðan, at tygum hava loyvi at byggja eitt bilskýli ella eitt hálvtak, sum tað eisini kann nevnast, og at kommunan av órøttum noktar tygum at byggja. Tí er málið kært til Innlendismálaráðið at taka støðu til. Tygum løgdu eina kunning tann 13. februar 2007 afturat kæruni dagf. 4. februar Tygum greiddu frá, at í tilvísingum, sum tygum hava latið Ráðnum, er møguliga tann feilur komin fyri, at víst var til eina eldri byggisamtykt fyri Tórshavn, merkt "seinast rættað 15. apríl 2003". Tygum vilja fyri ein ordans skyld nevna, at í hesi 15. apríl útgávuni av kap. IV, 25, pkt. 6 var ikki nevnt nakað um bilskýli. Tygum føra fram, at nú sæst á netinum, at ein nýggj útgáva av byggisamtyktini, merkt "seinast rættað 26. november 2003", fevnir um m.a. bilskúrar og bilskýli. Tygum viðmerkja, at samstundis er samb. 26. november - útgávuni tilvísingin í kap. VIII og kap. IX um brunaviðurskifti óbroytt og við somu orðingum sum í fyrru útgávuni. Eisini Kap VI, 10, um bilskúrar og bilskýli er óbroytt í mun til fyrru útgávuna. Tygara spurningur er so, hvørjar reglur skulu tygum halda tygum til. Almennu kommunalu samtyktina ella kunngerð um brunatrygd sambært brunalógini. Tygum viðmerkja, at eftir brunalógini er ætlan tykkara viðvíkjandi bilskýlinum lóglig, soleiðis sum tað er definerað í kunngerðini "KBB 99". Almenna kommunala byggisamtyktin definerar aftur ímóti ikki, hvat ein bilskúrur ella eitt bilskýli er. Til samanberingar nevna tygum kap. VI, 9 í fyrru og seinnu útgávuni av almennu byggisamtyktini. Har stendur, at fyri gistingarhús og tílíkt er galdandi: "fyri hetta galda serligar ásetingar, sum verða ásettar av byggivaldinum." Tygum viðmerkja, at kommunan tilevnar og praktiserar sostatt egnar reglur, hóast landsstýrið framman undan hevur góðkent neyvar ásetingar um júst tað sama longu í Tygum spyrja tí, hvat er galdandi? Tygum halda, at fyri borgaran er tað púra ógreitt, tá kommunan í summum førum vísir til KBB 99 og samstundis í summum førum hevur egnar ásetingar. Umframt hava Tórshavnar kommuna eins og allar hinar leingi viðgjørt brunaspurningar samb. KBB 99. Tygum viðmerkja, at nú er kommunan, í hvussu er í hesum føri, farin at taka sína egnu samtykt fram um. Tygum eru komin hartil, at tygum meta, at málið í grundini er rættiliga prinsipielt. 16/34
17 Í skrivi frá tygum til Kærustovnin tann 28. mars 2007 verður ført fram, at málið snýr seg um, at tygum kæra um avgerðina hjá kommununi at nokta byggiloyvi til eitt bilskýli á stólpum við løttum taki á matr. nr., Tórshavn. Tygara viðmerkingar til tilmælisskrivi frá Tórshavn kommunu dagfest 9. mars 2007 eru hesar: 1. Kommunan vísti á, at talan var um samanhangandi tak millum sethúsini og ætlaða bilskýlið, altso samband millum bygningar við kravi um serliga sveran brandmúr BS (Svarar til brandmúr millum ognir). Almenna byggisamtyktin nevnir heitið bilskýli, men definerar ikki hvat tað er. Tygum halda, at kommunan velur at síggja ein carport sum eitt serligt vandapotentiali, hóast grundarlag er ikki fyri tí. 3. Tygum vísa á, at byggideildin kennir til KBB 99 men setir ásetingarnar í kommunalu serstøku ásetingunum í hægri tigni. Tygum vísa her á, at almenna byggisamtyktin er ikki at rokna sum serstakar ásetingar. Almenna byggisamtyktin er - sum navnið sigur - generell. Tí halda tygum, at tað ikki fakliga er rætt, sum kommunan grundar sína avgerð á. a. Tygum vísa á, at ásetingarnar hjá brunaumsjónini harafturímóti eru serstakar, fakligar og handla júst um brunatrygdarlig atlit. b. Tygum vísa á, at KBB 99 definerar, hvat eitt bilskýli er. Nevniliga ein carport við lættari konstruktión, t.d. ein tekja á stólpum. c. Tygum vísa á, at KBB 99 er ein málrættað kunngerð, sett í gildi við lóg at galda fyri alt landið, tá talan er um brunatrygdarlig viðurskifti. d. Tygum vísa á, at kommunala almenna byggisamtyktin vísir til KBB 99, tá talan er um brunatrygdarlig viðurskifti. e. Tygum halda, at tað kann ikki vera rætt, at ein generell kommunal byggisamtykt kann seta til viks tí við lóg íverksettu felags byggireglur, og at kommunan so aftur hevur eina víðari heimild at herða og slaka landskunngerðina við eini kommunalt ásettari samtykt. f. Tygum meta, at ásetingarnar um brunaviðurskifti í almennu byggisamtyktini eru ófullfíggjaðar og stava frá 1972, tá eingin brunalóg og eingin KBB 99 var. g. Tygum meta, at kommunan skilar sær rætt til at herða krøvini. Tygum skila tygum rætt til at líta á og brúka reglurnar hjá brunaumsjónini, tí almenna byggisamtyktin vísir til hesar reglurnar. Tygum meta, at kommunan eigur at virða, at almenna byggisamt yktin vísir til brunareglurnar, heldur enn at halda fast um sínar egnu reglur, sum ikki eru fullfíggjaðar í brunatrygdarviðurskiftum. 3. Tygum vísa á, at kommunan sigur, at tekningarnar av sundurskiljing millum carport og garasju vísa ikki brandkamb ella brandkambserstatning. Tygum føra fram, at tað stendur ongastaðni, at brandveggur skal vera millum garasju og carport. Tygum vísa á, at somuleiðis eru eingi krøv um brandkamb millum garasju og carport. Hetta er ein "innanhýsis" sundurskiljing, og hetta er eftir øllum at døma ikki komið fyri áður. Umframt er garasjan skilað lógliga frá sethúsunum. Tygum vísa á, at tað hinvegin er komið fyri, at garasja hevur brandvegg og brandkamb í mark, tá ið samanbygt er millum grannamark, garasju og sethús, og sundurskiling við sethúsini er mangulfull - tað er nakað heilt annað. Tygum meta, at ein garasja sum tygara, við betongveggum og eitt opið bilskýlið (carport)., eru ikki ein brandbumba. Tí halda tygum, at avgerðin, sum kommunan er komin fram til, er tikin út frá einum skeivum grundarlagi. 4. Tygum vísa á, at kommunan sigur, at samankoming millum carport og sethús er ikki samb. kap. IV, 10, pkt. e. Tygum duga ikki at síggja, at henda grein hevur 17/34
18 samband við hetta málið. Tygum vísa til kap. IV, 10, e., har ásett er, at um so er, at bilskúr ella bilskýli verður bygt uppí sethús ella gjørt í kjallaranum í sethúsum ella í stovuhæddini, skulu skilaveggir inn móti sethúsunum verða stoyptir úr betong í minsta lagi 12 cm tjúkkir. Tygum meta, at hetta er skeiv samanbering við tygara mál. Tygum føra fram, at tað er ein misskiljing at samanbera ein innbygdan "integreraðan" carport/garasju inni í húsunum við henda lætta carport, sum er uttanfyri húsini. Tygum halda, at sjálvandi skal garasja/carport í kjallaranum ella í stovuhæddini skilast frá búrúmum. Tygum meta, at hetta als ikki kann samanberast við tygara byggimál. Tygum føra fram, at pástandurin hjá kommununi um brandvegg til carport svarar til, at tygum ætla at gera plastikyvirdekning yvir snóratræið, sum stendur næst mark, og at kommunan so krevur, at tygum skulu gera brandmúr millum snóratræið og mark. Tygum viðmerkja, at carport= markisu = vakstrarhús úr glasi vildi tað verið óhugsandi við brandveggi í mark - tygum halda, at her má okkurt vera komið heilt skeivt fyri. 5. Tygum vísa á, at sambært siðvenju hjá kommununi í dag skal øll bygging í mark hava brandvegg BS 120. Tygum meta, at hetta kann ikki vera rætt, tí bæði íbúðarblokkar, rekkjuhús og sethús bygd í mark kunnu byggjast við ongum eldverjuveggi. Tygum vísa á, at C beint nú byggja ein blokk í tveimum hæddum við 4 ella 6 frámatrikuleraðum sjálvstøguðum íbúðum úr viði ella sundurskiling, sum einki hevur við eldverjuvegg at gera. Kortini krevur kommunan í tygara føri, at ein løtt tekja yvir eina "terassu" = carport skal hava BS 120 betong eldverjuvegg. Tygum halda, at í hesum málinum er ikki beint farið fram. Tygum meta, at útsøgnin hjá kommununi um siðvenju í dag er ikki sonn og gevur heldur ikki meining. 6. Tygum vísa á, at kommunan sigur, at bilskýlið er 3,7 m høgt í mark, har max hædd skal vera 2,5 m. Tygum vísa her á, at tað kann ikki vera rætt, at kommunan mátar hæddina inni á grannaøkinum. Tygum viðmerkja, at siðvenjan hjá kommununi er so umskiftandi, í støðugari broyting. Tygum meta, at sjálvsagt mugu hæddarmátingarnar altíð fara fram í einum plani inni á egnari grund og eftir lógliga reguleraðum lendi. Tygum vísa á, at kommunan vísir til eitt mát, mált í einum plani á tekningini upp frá lendinum inni hjá grannanum og til takskeggið á tygara sethúsum. Tygum vísa á, at hetta í veruleikanum er eitt plan, sum er forskotið minst 2,5 m. 7. Tygum siga, at kommunala ásetingin er heilt greið, og skilt verður ikki millum grannamark og vegmark. Tygum vísa til kap. IV, 25 pkt. 6.: "Hesir smærru bygningar kunnu verða bygdir nærri grannamarki, tá ið hesar treytir eru loknar: a. Longdin á bygninginum móti grannamarki, má ikki vera størri enn 8 m. Vendir bygningurin móti tveimum mørkum, má samlaða longdin ikki vera størri enn 12 m." Tygum føra fram, at tygum vita ikki um tað skal upplýsast ella pástandast her, at henda greinin tosar um grannamark og IKKI um vegmark, sum hevði verið og er ein beinleiðis misskiljing. Tygum loyva tygum at vísa til hesa terminologiina úr bilag 1 a, Bekendtgørelse af byggelov nr. 152 af 15. april 1982: " 8, stk. 3. Er et område overvejende bebygget med sluttet bebyggelse, kan kommunestyrelse bestemme, at ny bebyggelse skal opføres i vej- eller byggelinien og føres ud i skel mod nabogrundene." " 9. stk. 1. I bygningsreglementet kan fastsættes regler om forholdet mellem bebyggelses højde og dens afstand til vej, naboskel og anden bebyggelse på samme grund til sikring af tilfredsstillende bygningsafstande og lysforhold." Tygum vísa á, at almenna byggisamtyktin 3, stk. 5, 2. Grundumráðið brúkar heitið veglinja um markamót við veg og heitið grannamark aðrastaðni. Tygum vísa á, at 18/34
19 meiningin við hesi tilvísing er at vísa á frøðisheitisliga munin millum vegmark og grannamark, og at tað er ikki tað sama. Tygum meta tí, at kommunan tí ikki kann bara velja at siga, at hon ikki skilur millum vegmark og grannamark. 8. Kommunan gongur ikki byggiumsóknini á møti. Tað halda tygum er spell. Tygum taka samanum, og viðmerkja, at: Um generellar ásetingar ganga fram um speciellu brunalógina og KBB99, sum eru serliga málrættaðar ásetingar, so er tíðin komin til at avtaka brunareglurnar sum óneyðugar. Hví er ikki eitt samstarv í lógararbeiðinum, sum leggur til merkis, at meðan KBB92 og KBB 99 slaka summi brunakrøv, tí tað er ikki vandapotential aftan fyri at fasthalda tey, so sleppur ein kommuna í landinum at herða tey frá næstseinastu útgávu til ta seinastu útgávuna av almennu byggisamtyktini, samstundis sum sama kommunala samtyktin vísir til reglur hjá brunaumsjónini í byggiligum brunamálum. Í umsókn tygara er tilskilað, at allir spurningar frá kommununi eru vælkomnir, og neyðugar broytingar verða gjørdar, har tað faktiskt er neyðugt samb. galdandi reglum. Tygum vísa á, at eitt av tí, sum er galið handfarið, stendst av, at grannamark er ikki tað sama sum vegmark og hevur ongantíð verið tað. Kommunan kann ikki einvíst kalla eina ávísa mannagongd fyri siðvenju, tá tað ikki er talan um siðvenju men um blandaða viðgerðarpraksis millum ár og dag. Tygum vísa á, at tað, sum eisini er galið handfarið, er defineringin av einum carporti - løtt tekja á stólpum og annars opin í trimum síðum - Tað er veruliga so, at carport er at roknað sum yvirdekkað terassa við løttum taki (plastikplátum e.l). Ongastaðni, her ella aðrastaðni, brúka tey hasi krøvini um sundurskiljingar við betongbrandveggi til carport. Tygum vísa á, at sjálvt samanbyggingar í Tórshavn millum vanlig sethús og íbúðir í blokkum hava slettis ikki so strangar ásetingar. Tí er hetta ikki beint handfarið av kommununi. Kravið um brandkamb ella brandkambserstatning millum ein carport og eina garasju finst ikki. Umsitingarliga er munur á, at kommunan krevur tað, hon kann, við at skilja tingini sín veg, og hinvegin at lata borgaranum tann rættin, hann hevur sambært landsins reglum í hesum føri brunabyggireglunum. Tygum nevna at enda til kunningar úr einum máli (hóast talan her var um bygging byrjað uttan byggiloyvi), at kommunan metti sjálv, at Føroya Rættur hevði komið til tað niðurstøðu í sambandi við at bygt varð í grannamark, at tá hálvtakið (altso ein bygningur, sum kann fatast sum carport á stólpum og lættari tekju) ikki hevði verið brot á brunalógina og kanska heldur ikki brot á byggisamtyktina. Talan var um brot úr viðmerkingum í einum máli hjá Umboðsmanninum j.nr. Tygum vísa í skrivi dagfest 16. apríl 2007, at Jyllinge kommuna er kend fyri at umsita brunareglurnar neyvt eftir galdandi forskriftum. Tygum vísa á, at brunaumsjónarmaðurin hevur rutinu gjøgnum 25 ár, og hann er ein nógv brúktur undirvísari í brunatrygdarligum sambandi og próvtøkudómari hjá Beredskabsstyrelsen. Tygum senda tann 16. apríl 2007 nakrar myndir, sum eru tiknar av bilskýlum í Jyllinge í Danmark. Tygum viðmerkja í hesum sambandi, at við atliti til byggimálið hjá tygum at byggja eitt bilskýli í mark, har Tórshavnar kommuna krevur brandvegg í mark (BS 120) vísandi til, at soleiðis metir kommunan, at reglurnar skulu umsitast, so verður við hesum vísi til, hvussu somu reglur verða handfarnar í eini tilvildarligari kommunu í Danmark. Tygum hava síðani lagt 5 myndir við, sum dømir: 19/34
20 1. Myndin vísir eitt bilskýli, sum er bygt í grannamark til høgru á myndini. Rimaveggur úr viði á bilskýlinum stendur á markinum, og grannahúsini til vinstru standa uml. 2,5 m frá markinum. 2. Myndin er heldur myrk men vísir bilskýli við løttum rimaveggjum í mark. 3. Myndin vísir bilskýli bygt í grannamark til vinstru á myndini. Bilskýlið er bygt upp at sethúsunum, og veggurin á markinum er úr rimaðum viði. 4. Myndin vísir bilskýli bygt fast í sethúsini og í grannamark til vinstru. Veggurin á markinum er úr rimaðum viði. 5. Myndin vísir bilskýli bygt í grannamark til vinstru. Veggurin á markinum er úr viði. Fyri endanum á bilhúsinum er eitt úthús (minni úthús), sum eisini stendur í mark og hevur somuleiðis lættan timburvegg á markinum. Sethúsini til vinstru hava vanligu minstu frástøðu til markið. Tygum viðmerkja, at sjálvandi eru eisini bilskýli bygd í mark, sum hava múraðan vegg á markinum. Men hetta verður gjørt eftir egnum ynski og fyri heildarmyndina á byggingini alt eftir tí, sum byggiharrin heldur vera snøggast hjá sær. Kommunan: Í skrivinum dagfest 9. mars 2007 viðmerkti Tórshavnar kommuna, at kærarin í sínum yvirliti yvir brævaskiftið hevði nevnt øll viðkomandi skjøl í málinum. Tórshavnar kommuna hevði tó ikki móttikið skjal nr. 10 og skjal nr. 11. Kommunan viðmerkti eisini, at kærarin í brævinum til Kærustovnin nevndi, at grannin hevði givið skrivligt loyvi til ætlanina, men hetta skjal var ikki komið kommununi í hendi. Kommunan hevði upplýst kæraran um grundgevingarnar fyri, at umsóknin ikki var gingin á møti, men kundi hon endurtaka her, at talan var um fylgjandi ásetingar í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu: 1. kap. IV, 25, pkt. 5, har ásett er, at veggur móti granna skal vera eldverjutryggur, 2. kap. IV, 25, pkt. 6 b, har ásett er, at hæddin skal vera í mesta lagi 2,5 m og 3. kap. IV, 25, pkt. 6 a, har ásett er, at samlaða longdin á bygningi móti tveimum mørkum ikki má vera størri enn 12 m. Viðv. pkt. 1 viðmerkir kommunan, at sambært tekningunum var takið á bilskýlinum samanhangandi við takið á verandi bilskúri og takið á sjálvum sethúsunum. Hinvegin so var eisini talan um eitt bilskýli, sum greitt verður flokkað undir heitinum "smærri bygningar" í kap. IV, 25, pkt. 6,2.3. og 4. regla. Her kundi tí eisini verið víst til kap. IV, 25, pkt. 6 g, har tað er ásett, at veggur móti granna skal vera eldverjuveggur. Kommunan vísti á, at byggideildin sjálvandi kennir ásetingarnar í brunareglugerðini KBB 99, sum kærarin vísti á í sínum viðmerkingum til grundgevingarnar hjá kommununi, men kommunan var ikki samd við kæraran um, at ein áseting í brunareglugerðini setir til viks eina serstaka áseting í byggisamtyktini um somu ella líknandi viðurskifti. Kommunan viðmerkti annars, at kærarin vísti á, at verandi bilskúrur var brunaliga skilaður frá ætlaða bilskýlinum, men hetta samsvaraði ikki við innsendu sertekningina av hesari taksamankoming. Har var hvørki brandkambur ella serlig brandbjálving víst. Kommunan vísti á, at tað framgekk heldur ikki, hvussu taksamankoming millum bilskýlið og sethúsini verður brandtryggjað, ella um veggurin í sethúsunum er úr betongi, soleiðis sum ásett er í kap. IV 10, pkt. e. Kommunan vísti eisini á, at samsvarandi ásetingunum í byggisamtyktini hevði byggideildin ta siðvenju í dag, at ein og hvør bygging á marki skal vera við eldverjutryggjaðum veggi, og hetta var fyri at tryggja móti eldspjaðing millum 20/34
21 grannahús. Undantøk frá hesi reglu kundu bert gerast, tá talan var um mark móti almennum fríøki e.l., har mett verður, at eingin vandi er ella verður fyri eldspjaðing. Viðv. pkt. 2 viðmerkti kommunan, at kærarin vísir á, at hæddin verður "einar 2,44 m og 2,48 m næst vegnum", men hetta er minsta hæddin. Sambært tekningunum so verður mesta hæddin móti granna uml. 3,7 m. Tað er sostatt greitt, at her verður farið langt upp um mest loyvdu hædd móti grannamarki. Kommunan vísti á hjáløgdu tekning við teirra viðmerkingum. Viðv. pkt. 3 viðmerkti kommunan, at ásetingin í byggisamtyktini er heilt greið og skilt verður ikki millum, hvat slag av mørkum talan er um. Hesa áseting hevur kærarin tó sagt seg vilja lúka í umsókn, sum kommunan hevur móttikið 9. november 2006, men samstundis er framvegis talan um stólpar og ikki eldverjuvegg á marki. Samanumtikið er kommunan av teirri áskoðan, at ætlanin lýkur ikki tríggjar, ella í øðrum lagi tvær (5,6 m veggur) ymiskar ásetingar í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu, og hetta eru grundgevingarnar fyri, at umsóknin ikki er gingin á møti. Tann 7. juni 2007 viðmerkir Tórshavnar kommuna, at teirra byggimálsviðgerð verður framd við støði í galdandi byggisamtykt fyri Tórshavnar kommunu, og tey meta ikki, at byggimálsviðgerð í eini danskari kommunu er viðkomandi fyri teirra málsviðgerð og avgerð. Almenna byggisamtyktin fyri Tórshavnar kommunu hevur m.a. hesar viðmerkingar: Kap. I. Umsitingarligar fyriskipanir: 9 1. Byggivaldið kann, har tað snýr seg um mál av lítlum týdningi, geva lættar viðvíkjandi ásetingunum í hesari byggisamtykt. 2. Áðrenn undantaksloyvi verður givið, skal boð sendast grannunum skrivliga, og skulu teir hava høvi til at kanna umsóknina í minsta lagi í tvær vikur, frá tí teir hava fingið boðini. Møguligar viðmerkingar frá grannunum eru vegleiðandi og skulu haldast innanhýsis hjá byggivaldinum. Kap: IV: Byggifyriskipandi ásetingar: Eingi hús og eingin húsalutur má gerast hægri enn at fáast kunnu nóg góð ljósviðurskifti og hóskiligt samljóð við hús á sama grundstykki og hús á grannagrundum. 2. Frástøðan bilskúr úthús o.t. bygningar sína millum, somuleiðis fráleikin millum hesar smærri bygningar og sethúsini kann verða minkaður niður í 1 m. Út fyri vindeygu til búrúm og køk skal frástøðan tó í minsta lagi vera 2,5 m. Veksur hetta ikki um vandan av eldi kann verða loyvt at byggja fast millum bygningar. 3. Byggivaldið kann gera frávik frá ásetingunum í stk. 2, tá ið tað snýr seg um atvinnuøki og um bygging, sum er gjørd, áðrenn almenn byggisamtykt kom í gildi. 4. Frástøðurnar, ið nevndar eru í stk. 2, verða máldar vatnrætt uttan mun til jarðamun og vinkulrætt á linju ella flata yvirav. Hæddin - t.e. lodrætta hæddin máld av vatnrættum flata. 5. Útveggur á húsum, sum vendir móti grannamarki og ikki er í minsta lagi 2,5 m frá tí, skal gerast sum eldverjuveggur. Undantøk kunnu verða loyvd, um so er, at tað ber til fyri eldvandan eitt nú tá ið bygt verður sambært góðkendari heildarbyggiskipan fyri økið, ella so er, at trygd er fyri, at frástøðan millum húsini, sum venda móti markið á teimum báðum grundstykkjunum, ikki verður minni enn 5m. 6. Í 3. grundumráði skulu allar byggingar standa fyri seg t.e. í minsta lagi 2,5 m frá markinum. Undantikin eru bilskúrar, bilskýli, skúr og smá úthús við ongum eldstaðið. 21/34
22 Hesir smærru bygningar kunnu verða bygdir nærri grannamarkið, tá ið hesar treytir verða loknar: a. Longdin á bygninginum móti grannamarki má ikki vera størri enn 8 m. Vendir bygningurin móti tveimum mørkum, má samlaða longdin ikki vera størri enn 12 m. Viðmerking: um søkt verður um byggiloyvi til 2 bilar, kann breiddin verða 6 m og longdin, 6 m. b. Bygningurin má ikki í einum fráleika upp til 2,5 m frá grannamarki vera hægri enn 2,5 m. c. Eldstaður og skorsteinur mugu ikki vera grannamarki nærri enn 2,5 m. d. Vindeygu mugu ikki vera móti marki. e. finst ikki? f. Takvatn skal verða hildið á egnari grund. g. Veggur móti grannamarki, skal verða gjørdur sum eldverjuveggur. Frávik frá hesum er loyvt, tá ið tað ikki veksir um vandan av eldi. 7. Í serstøkum byggisamtyktum kann verða loyvt at víkja frá ásetingunum í stk. 2,5 og Byggivaldið kann loyva smáum húsalutum, sum vanliga standa fram úr sjálvum húsunum t.d. grund, trappum, ljóskassum, altanum (svalum) og tílíkum, at standa fram um byggi- og veglinjur. 9. Allar útsíður á húsum, ið eru fríar, skulu gerast úr slíkum tilfari og soleiðis viðgjørdar, t.d. málaðar ella pussaðar, at tær saman við teimum húsum, ið standa í nánd, geva góða heildarmynd. Eisini skulu húsini í sniði og útsjónd yvirhøvur vera soleiðis, at tey fella væl inn í lendi og grannalag. Kap. VI Inrætting av húsum: 10 Bilskúr og bilskýli: 1. Bilskúrur skal standa í minsta lagi 5 m frá marki til veg. Tó kann byggivaldið, tá ið talan er um minni týðandi veg, ella m tá ið lendi loyvir tí, geva loyvi til, at bilskúrur verður settur nærri vegi. 2. Bilskúr við einari gólvvídd upp til 50 m? og bilskýli við einari takvídd up til 50 m? skulu verða gjørd í samsvari við hesar ásetingar: a. Møgulig gólvlegging skal verða tilevnað úr elddyggum tilfari. b. Grundin (gólvið) skal vera úthall. c. Bilskúr skulu vanliga verða luftað gjøgnum op, sum eru sett í veggjum yvirav hvørjum øðrum. d. Tað er ikki loyvt at hava eldstað, ella tá ið tað er bilskúr, reinsilemm til skorsteinin. e. Um so er at bilskúr ella bilskýli verður bygt upp í sethús ella gjørt í kjallaranum í sethúsum- ella í stovuhæddini, skulu skilaveggirnir inn móti sethúsunum verða stoyptir úr betong í minsta lagi 12 cm tjúkkir, f. Úr bilskúri skal vera gongd út, tó so at BD-60 hurð kann verða sett í skilaveggin. g. Gólv, sum er loft yvir bilskúri ella bilskýli, skal verða gjørt við yvirflata innan, sum ikki er lakari enn 13 mm tjúkk gipspláta. 3. Bilskúrur og bilskýli við vídd, ið er størri enn 50 m?, skulu í hvørjum einstøkum føri verða gjørd við serstakari góðkenning byggivaldsins. Viðmerkingar og avgerð hjá Kærunevndini í lendismálum: Kærunevndin í lendismálum viðmerkir, at av upplýsingunum í málinum sæst, at tygum hava søkt Tórshavnar kommunu um at fáa loyvi til at byggja eitt bilskýli (carport), sum skuldi standa í grannamark. Tygum søktu um at sleppa at byggja bilskýlið á stólpar, opið og uttan eldverjuvegg móti grannamarki. Móti grannamarki var longdin á 22/34
23 bilskýlinum 6,5 m, og breiddin á bilskýlinum frá grannamarkinum til garasjuna var 6,3 m. Takið á bilskýlinum skuldi vera áfast í garasjuna og sethúsini. Frástøðan á bilskýlinum inn til sethúsini var 1,1 m. Takið á bilskýlinum skuldi vera áfast takið á sethúsunum og garaguni, sum stendur við síðuna av. Hæddin á bilskýlinum var sambært tygum í mesta lagi 2,45 m, har markið gekk í vegin. Av málinum sæst, at Tórshavnar kommuna sýtti fyri at geva byggiloyvi til bilskýlið, og víst varð til ásetingarnar í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommmunu, at veggur móti granna skal vera eldverjuveggur, jbr. kap. 4, 25, 5. pkt, og at hæddin skal vera í mesta lagi 2,5 m. samb. kap. IV, 25, pkt. 6 b. Kommunan upplýsir, at samb. tekningum tygara er mesta hædd móti granna uml. 3,7 m. Harumframt varð víst til, at umframt nevndu grundgevingar, so var ætlanin eisini í stríð við kap IV, 25, pkt. 6 a í almennu byggisamtyktini, har tað er ásett, at samlaða longdin á bygningi móti tveimum mørkum má ikki vera størri enn 12 m. Kærunevndin í lendismálum vísir í sambandi við kærumálsviðgerðina til 5, stk. 2, nr. 3 í býarskipanarlógini, sum ásetir, at í byggisamtyktum skulu vera reglur um undantøk og kærur viðvíkjandi avgerðum, ið byggivaldið hevur tikið í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu eru upptiknar tílíkar reglur um kæru í kap. 1, 10, har ásett er, at avgerðir, sum býráðið tekur sambært almennu og serstøku byggisamtyktini eftir 1. januar 2007, kunnu kærast til Kærunevndina í lendismálum, samb. 4 í løgtingslóg nr. 110 frá 13. desember 2006 um kærunevnd í lendismálum. Spurningurin er, um grundarlag er fyri at gera undantak/frávik í hesum málinum. Kærunevndin í lendismálum vísir á, at sambært ásetingunum í byggisamtyktini kann kommunan geva byggiloyvi til bilskýli, sum stendur nærri enn 2,5 m. frá grannamarki, um ávísar treytir eru loknar. Hesar treytir eru undantøk frá meginregluni um, at bygt eigur at vera í minsta lagi 2,5 metrar frá marki. Treytirnar eru, at veggur móti granna skal vera eldverjuveggur, jbr. kap. 4, 25, pkt 5 í almennu byggisamtyktini, og at hæddin skal vera í mesta lagi 2,5 m. jbr. kap. IV, 25, pkt. 6 b í almennu byggisamtyktini. Kærunevndin í lendismálum viðmerkir, at lýkur ein umsøkjari treytirnar, ið ásettar eru í byggisamtyktini, hevur umsøkjarin sum meginreglu krav uppá at fáa byggiloyvi. Sama ger seg tó ikki galdandi, um søkt verður um byggiloyvi, har víkjast skal frá ásetingunum í byggisamtyktini. Tá má byggivaldið meta um, hvørt frávikið er neyðugt og hóskandi. Tórshavnar kommuna hevur í hesum málinum mett, at ikki er skilagott at veita byggiloyvi, sum tygum hava søkt um, tí bilskýlið stendur í mark móti granna, og tá eru serstakar reglur galdandi. Veggur móti granna skal vera eldverjuveggur - vísandi til kap. 4, 25, pkt. 5 í almennu byggisamtyktini, og hæddin skal vera í mesta lagi 2,5 m - vísandi til kap. IV, 25, pkt. 6 b í almennu byggisamtyktini. Í almennu byggisamtyktini eru ásettar reglur um frávik í 9, stk. 1, ið heimila kommununi at gera frávik/lættar frá ásetingunum í byggisamtyktini, tá tað snýr seg um mál av lítlum týdningi. Kæranevndin í lendismálum viðmerkti, at í mun til heimildina at geva lættar sambært 9, stk. 1 í almennu byggisamtyktini, er fatanin tann, at henda heimild eftir sínum orðaljóði og í samsvari við vanligar fyrisitingarligar reglur um undantøk, má tulkast trongt. Kærunevndin í lendismálum viðmerkti, at kommunan formliga hevur heimild at gera frávik, tala umstøðurnar fyri tí. Fráviksmøguleikin er sostatt ætlaður til at taka hædd fyri, at órímiligar støður ikki koma í, ella at skilagóðar loysnir ikki vera funnar í ymisku málunum, alt eftir hvørjar ítøkiligu umstøðurnar nú einaferð eru. Hesa heimild eigur kommunan tí bæði at hava í huga og nýta, um hetta gerst neyðugt, men frávik eiga at verða fyrisitin við serligum umhugsni. 23/34
24 Kærunevndin í lendismálum metti, at heimildin um undantak í 9 ikki eigur at verða nýtt til at geva byggiloyvi av tílíkum slagi, sum tygum hava søkt um, tí hetta fer út um tær ásetingar um undantøk, sum eru galdandi, tá bygt verður nærri grannamarki enn 2,5 m. Kærunevndin í lendismálum metti, at heimild var ikki fyri at fara út um tær treytir, sum eru ásettar í almennu byggisamtyktini, um bilskýlið verður bygt í mark. Tvs. at bilskýlið skal hava eldverjuvegg, og hæddin á bilskýlinum skal ikki fara upp um 2,5 m. Kærunevndin í lendismálum var, vísandi til omanfyri standandi, av tí fatan, at tað ikki er nakað, ið talar fyri at seta avgerðina hjá Tórshavnar kommunu til síðis. Kærunevndin var somuleiðis av teirri fatan, at tað liggur uttan fyri virkisøki nevndarinnar at viðgera brunareglurnar í aðrari lóggávu. Nevndin hevur tí ikki viðgjørt tann partin av málinum, ið viðvíkja hesum. Kærunevndin í lendismálum avgjørdi tí ikki at ganga kæru tygara á møti. Henda avgerð er endalig innan fyrisitingina, men kann leggjast fyri Føroya Rætt. Til kunningar verður sagt frá, at ein navnleys endurgeving av hesi avgerð verður ætlandi løgd út á heimasíðu okkara Partshoyring Umboðsmaðurin gjørdi av at kanna hetta málið nærri, og við skrivi, dagfest 23. november 2007, varð klagan send Kærunevndini í Lendismálum til ummælis við einari freist áljóðandi 4 vikur. Samstundis varð Kærunevndin í Lendismálum biðin um at lata umboðsmanninum øll skjøl í málinum til láns. Tann 17. desember 2007 sendi Kærunevndin í Lendismálum umboðsmanninum skjølini í málinum og soljóðandi viðmerkingar: Viðvíkjandi klagu frá A, Tórshavn: Umboðsmaðurin hevur við skrivi dagf. 23. november 2007 biðið um nærri frágreiðing og skjølini í kærumálinum hjá A, Tórshavn viðvíkjandi bygging av bilskýli (carport). Niðanfyri er málsgongd og frágreiðing. Hjálagt verða send avrit av skjølunum í málinum. Málsgongd: 19. februar 2007 Kæra, við fylgiskjølum, dagf. 4. februar 2007, móttikin í Innlendismálaráðnum tann 8. februar 2007, send til Kærustovnin tann 15. februar. 21. februar 2007 Váttan send til kærara og Innlendismálaráðið. Fráboðað, at umsóknin er send til Tórshavnar kommunu til ummælis. 23. februar 2007 Móttøkuváttan frá Tórshavnar kommunu, dagf. 22. februar mars 2007 Móttikið ummælið við fylgiskjølum, dagf. 9. mars 2007 frá Tórshavnar kommunu. 14.mars 2007 Ummælið sent til hoyringar hjá kærara. Freist sett til 13. apríl apríl 2007 Móttikið hoyringssvar við fylgiskjølum, dagf. 28. mars 2007, frá kærara. 4.apríl 2007 Sent hoyringsviðmerkingar frá kærara til Tórshavnar kommunu til hoyringar. Freist sett til 30. apríl /34
25 19. apríl 2007 Hoyringsviðmerkingar frá kærara, við fylgiskjølum, dagf. 16. apríl apríl 2007 Sent hoyringsviðmerkingar frá kærara til Tórshavnar kommunu. 7. mai 2007 Hoyringsviðm. frá Tórshavnar kommunu, dagf. 3. mai mai 2007 Sent hoyringsviðmerkingar frá Tórshavnar kommunu til kærara. 5. september 2007 Kærunevndin í lendismálum tikið avgerð í kærumálinum. 14. september 2007 Sent avgerð til kæraran. 14. september 2007 Sent avrit av avgerð til Tórshavnar kommunu. Sum sæst á málsgongdini er her talan um vanliga málsgongd, har Kærustovnurin útvegar nærri upplýsingar um byggimálið frá Tórshavnar kommunu og frá kæraranum, áðrenn málið verður lagt fyri Kærunevndina í lendismálum til støðutakan. Um málið kann í stuttum sigast, at kærarin søkti Tórshavnar kommunu um at fáa loyvi til at byggja eitt bilskýli (carport), sum skuldi standa í grannamark. Bilskýlið skuldi byggjast á stólpar, opið og uttan eldverjuvegg móti grannamarki. Takið á bilskýlinum skuldi vera áfast takið á sethúsunum og garaguni, sum stendur við síðuna av. Tórshavnar kommuna gav avslag uppá byggiloyvi. Víst varð til ásetingarnar í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu, at veggur móti granna skal vera eldverjuveggur jbr. kap 4, 25, 5 pkt, og at hæddin skal vera í mesta lagi 2,5 m. Samb. kap IV, 25, pkt 6 b. Harumframt varð víst til, at ætlanin eisini er í stríð við kap. IV, 25, stk. 6a í almennu byggisamtyktini, har tað er ásett, at samlaða longdin á bygnini móti tveimum mørkum má ikki vera størri enn 12m. Kærunevndin í lendismálum staðfesti avgerðina hjá kommununi at nokta at geva byggiloyvi. Tá talan er um at geva byggiloyvi í mark, kann byggiloyvi bert gevast við undantaksreglunum í almennu byggisamtyktini. Í hesum sambandi viðmerkti nevndin, at í mun til heimildina at geva lættar sambært 9, stk. 1 í almennu byggisamtyktini, var fatanin tann, at henda heimild eftir sínum orðaljóði og í samsvari við vanligar fyrisitingarligar reglur um undantøk, má tulkast trongt. Kærunevndin í lendismálum metti, at heimildin um undantak í 9 ikki eigur at verða nýtt til at geva byggiloyvi av tílíkum slag, sum kærarin hevur søkt um, tí hetta fer út um tær ásetingar um undantøk, sum eru galdandi, tá bygt verður nærri grannamarki enn 2,5 m. Alt hetta tí bilskýlið, tá tað verður áfast við takið á sethúsunum, gerst ein partur av hesum og er ikki ein sjálvstøðugur bygningur. Kærunevndin í lendismálum var av tí fatan, at tað ikki var nakað, ið talaði fyri at seta avgerðina hjá Tórshavnar kommunu til síðis. Tí avgjørdi Kærunevndin í lendismálum ikki at ganga kæruni á møti. Hava tygum spurningar viðvíkjandi skjølunum ella frágreiðingini, so lat okkum frætta aftur. Við skrivi, dagfest 19. desember 2008, vórðu viðmerkingarnar hjá Kærunevndini í Lendismálum sendar klagaranum til ummælis við einari freist áljóðandi 3 vikur. Tann 4. januar 2008 sendi klagarin umboðsmanninum soljóðandi viðmerkingar: Viðv. klagumáli A dagf. 13. november 2007 tygara jnr. Vísandi til skriv tygara dagf. 19. desember 2007, har biðið verður um viðmerkingar til skriv frá Kærustovninum dagfest 17. desember 2007, j.nr., loyvi eg mær at viðmerkja soleiðis: 25/34
26 1. Skrivið sigur m.a., at takið á carportinum er áfast við sethúsini. Eg havi ikki fyrr sæð í málinum, at hetta punktið er avgerandi fyri høvuðsspurningin, sum er brandveggur BS-120 á markið millum carportið og grannastykkið. Einki er til hindurs fyri at gera glopp millum takið á carportinum og sethúsini. Hinvegin átti eg at fingið tað at vita frá kommununi, sum hevur viðgjørt málið í fleiri umførum. 2. Kærunevndin leggur dent á, at bygt verður móti tveimum mørkum tils. meiri enn 12 m, í mínum tilfari er við hópin av dømum víst á umfatandi praksis hjá kommununi at loyva carport uppat sethúsum og, bygd í grannamark uttan brandvegg og, at praksis er somuleiðis ikki at rokna vegmark sum grannamark. 3. Nevndin sigur, at carportið næst marki má ikki verða hægri enn 2,5 m. Eg havi víst á, at hetta verður sjálvandi eftirlíkað, men hæddin má mátast inni á mínum stykki - ikki inni hjá grannanum. Tó verður áhaldandi víst á til hesar 2,5 metrarnar. 4. Nevndin sigur í aftursvarinum, at hon sær hetta carportið sum ein "integreraðan" part í sethúsunum (nýggj grundgeving). Hetta er beinleiðis eitt misfatað byggiligt sjónarmið. Og her kann aftur vísast á tilfarið við myndum, hvussu praksis er ikki at rokna lættan carport, við lættari tekju (t.d. plastikkpláta, ið bráðnar lætt) móti fríari luft, sum ein innbygdan part í sethúsum. Innbygt carport er t.d, at gera hann í kjallaranum, har búrúm eru omanfyri, og kalla ein tílíkan fyri carport. Tað er sjálvandi nakað heilt annað. 5. Tronga tulkingin, sum nevndin sipar tit, man vera grundað á, at hon ikki er kunnað um, hvussu kommunan í veruleikanurn handfarir málsviðgerð um carport, bygt sum opið skýli úr løttum tilfari, við síðuna av sethúsum (samb. KBB 99). 6. Nevndin undirstrikar, at heimild um undantaksloyvi eigur ikki at verða nýtt, tá ið bygt verður nærri grannamarki enn 2,5 m. Sum víst á fordømini í mínum tilfari er hetta kortini heilt vanligt, bæði úti og her heima, tá tað snýr seg um carport, eins og talan er um í mínum máli. 7. Tá nevndin sigur "Alt hetta tí bilskýlið, tá tað er áfast við takið á sethúsunum..." so haldi eg, at bland er komið millum kravið um brandvegg, at glopp skal vera millum carport og sethús og so nevndina sum byggimálsviðgerða. Finnst veruliga krav um glopp, og sum heimild er aftan fyri, so verður tað sjálvandi eftirlíkað, men kommunan hevur ikki kunnað meg um, at brandveggur kann býtast um við glopp. Tó praksis í kommununi viðv. "smáhúsum" vísir nakað annað, og tað meini eg bindur til einsháttaða viðgerð av sambæriligum málum. 8. Til endaviðmerkingina hjá nevndini um at tað er ikki nakað, ið talar fyri, at seta avgerðina hjá kommununi til síðis nettup í mínum máli, má eg enn eina ferð vísa á, at tað kann ikki vera ein bein niðurstøða, tí tað eru sera nógv dømi um júst tað mótsatta. - Eg skilji ikki, at nevndin einoygt velur at síggja burtur frá hesum veruleika. Sí eisini hjáløgdu komunalu vegleiðingina "Tá bygt verður". Við skrivi, dagfest 7. januar 2008, vórðu viðmerkingarnar hjá klagaranum sendar Kærunevndini í Lendismálum til ummælis við einari freist áljóðandi 14 dagar. 26/34
27 Tann 10. januar 2008 sendi Kærunevndin í Lendismálum umboðsmanninum soljóðandi viðmerkingar: Viðvíkjandi klagu frá A, Tórshavn: Umboðsmaðurin hevur við skrivi dagfest 7. januar 2008 sent skriv dagfest 4. januar 2008 frá A, Tórshavn, til ummælis. Kærustovnurin hevur í sínum viðmerkingum í skrivinum til Løgtingsins Umboðsmann, dagfest 17. desember 2008, tikið saman um fakta í málinum. Søkt varð um byggiloyvi til bilskýli. Takið á bilskýlinum skuldi vera áfast takið á sethúsunum og garaguni, sum stendur við síðuna av. Tað kann ikki hava verið nýtt fyri kæraranum, at tá takið á bilskýlinum skuldi vera áfast takið á sethúsunum, so verður hetta at roknað sum partur av sjálvum sethúsunum og ikki sum ein sjálvstøðugur bygningur. Hetta var tað sum søkt var um, og hetta var tað sum kærunevndin í lendismálum tók støðu út frá. Talan er tí ikki um nakra nýggja grundgeving. Viðmerkjast skal, at um kærarin ynskir at tillaga umsóknina um byggiloyvi og at gera ymiskar broytingar, so eigur kærarin at venda sær aftur til Tórshavnar kommunu og søkja um byggiloyvi av nýggjum. Kærustovnurin hevur ikki fleiri viðmerkingar til omanfyri nevnda skriv, men vísir til skjølini í málinum. Tann 11. januar 2008 boðaði umboðsmaðurin pørtunum frá, at av tí at tað ikki varð mett at verða neyðugt við framhaldandi partshoyringum, varð nú farið undir endaligu viðgerðina av hesum málinum. Avrit av skrivinum frá Kærunevndini í Lendismálum var samstundis sent klagaranum til kunningar. Tann 13. mars 2008 sendi umboðsmaðurin soljóðandi skriv til Kærunevndina í Lendismálum. Avrit av skrivinum varð samstundis sent klagaranum til kunningar: Viðvíkjandi klaguni frá A, dagfest 13. november 2007 Umboðsmaðurin er farin í holt við viðgerð sína av hesum málinum, og er í hesum sambandi komin fram á nøkur viðurskifti, ið eru ógreið. Umboðsmaðurin fer hervið at biða Kærunevndina í Lendismálum um at útgreina niðanfyristandandi spurningar: 1. Brunareglurnar Í niðurstøðu sínari sigur Kærunevndin í Lendismálum m.a. soleiðis: Kærunevndin var somuleiðis av teirri fatan, at tað liggur uttanfyri virkisøkið nevndarinnar at viðgera brunareglurnar í aðrari lóggávu. Nevndin hevur tí ikki viðgjørt tann partin av málinum, ið viðvíkja hesum. Umboðsmaðurin fer hervið at spyrja, hvat kærunevndin byggir hesa fatan á, og hví nevndin ikki hevur tikið brunareglurnar við í viðgerðina av hesum málinum. Í málinum liggur eitt notat, dagfest 20. januar 2007, frá B, deildarstjóra á Brunaumsjón Landsins. Eftir gjøgnumgongd av málinum, kemur hann til ta niðurstøðu, at tað ikki er neyðugt at krevja BS 120 brandvegg í carporti bygdur í mark. Umboðsmaðurin fer 27/34
28 hervið at spyrja, hví Kærunevndin í Lendismálum sær burtur frá hesum notati í niðurstøðu síni. 2. Líkareglan Saman við sínari klagu til umboðsmannin hevur klagarin sent umboðsmanninum umleið 60 myndir, sum vísa carport ella garasjur í Tórshavn bygdar í mark við ongum ella løttum veggi. Myndirnar benda á, at Tórshavnar kommuna í øðrum líknandi førum hevur givið byggiloyvi. Tó er trupult út frá myndunum at siga, um hesi mál eru samanlíknilig við málið, ið umboðsmaðurin hevur til viðgerðar í løtuni. Umboðsmaðurin fer hervið at spyrja Kærunevndina í Lendismálum um nevndin hevur kannað ella tikið støðu til, hvørt Tórshavnar kommuna hevur yvirhildið líkaregluna í hesum málinum. Vinarliga sendi okkum svarskriv hesum viðvíkjandi innan 3 vikur. Avrit av hesum skrivi er sent klagaranum til kunningar. Tann 26. mars 2008 var ástaðarfundur við partarnar á bústaðnum hjá klagaranum. Klagarin greiddi frá og vísti á umstøðurnar viðvíkjandi bygging av carporti í mark. Síðani vóru trupulleikarnir í málinum umrøddir. Tann 26. mars 2008 sendi umboðsmaðurin teldupost til Tórshavnar kommunu, har spurt varð um, nær reglurnar viðvíkjandi brunatrygd eru settar inn í almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu. Tann 2. apríl 2008 svaraði Tórshavnar kommuna, at kommunan ikki visti, nær reglurnar viðvíkjandi brunatrygd vóru settar inn í almennu byggisamtyktina. Bóklingurin kunngerð um brunaverju og brunatrygd kom fyrstu ferð út í 1992, og tí gekk kommunan út frá, at reglugerðin varð ein partur av almennu byggisamtyktini í Kap IV, 25 stavaði tó frá upprunatekstinum í almennu byggisamtyktini frá Tann 2. apríl 2008 sendi Kærunevndin í Lendismálum soljóðandi skriv til umboðsmannin: Viðvíkjandi klaguni frá A, dagfest 13. november Kærustovnurin hevur vegna Kærunevndina í Lendismálum hesar viðmerkingar til skriv tygara dagfest 13. mars Brunareglurnar. Umboðsmaðurin spyr, hvørja fatan kærunevndin byggir sína støðutakan á, at tað liggur uttanfyri virkisøkið nevndarinnar at viðgerða brunareglurnar í aðrari lóggávu og at nevndin tí ikki hevur viðgjørt tann partin av málinum, ið viðvíkja hesum. Sambært 1, í Ll. nr. 78 frá 12. juni 1986 um eldsbruna o.a. sum er broytt við Ll. nr. 106 frá 12. desember 2006 (brunalógini) um skipan av brunamálum hevur Brunaumsjónin hesar eftirlitsheimildir: Tilbúgving og útgerð hjá sløkkiliðunum. Gerð av brunareglugerð. Vatnveiting til sløkkilið. Ávaringarskipan hjá sløkkiliðunum. Útbúgving av manningini í sløkkiliðunum. Harumframt eru heimildir í mun til sløkkilið. Ongar ásetingar eru um, at Brunaumsjónin hevur eftirlit við kommunalum byggimálum. Heldur ikki hevur avvarandi landsstýrismaður heimild at áseta 28/34
29 kommunalar reglur um eldsbruna. Heimildin snýr seg mest um eldhættislig virki og serligar bygningar. Tað er ásett í kap. 1, nr. 1, í kunngerð nr. 45 frá 9. mai 1992 um brunaverju og brunatrygd, sum broytt við kunngerð nr. 88 frá 9. november 1999 (KBB 99), at í sambandi við at kommunali byggimyndugleikin veitir byggiloyvi, hevur hann skyldu til at gera eina meting av øllum byggimálum og seta tey krøv, ið neyðug eru at tryggja, at almennar ásetingar um brunatrygd verða fylgdar. Er talan um eldhættislig virki o.a.m., sum koma undir reglurnar í 21. stk. 1, í lógini skal kommunali byggimyndugleikin, áðrenn byggiloyvi verður givið, útvega sær loyvi frá Brunaumsjón landsins. Tað er sostatt bert tá talan er um 21 í brunalógini, at kommunan skal fáa loyvi til vega frá Brunaumsjónini áðrenn byggiloyvi verður givið. Hetta viðførir, at vanlig byggimál, sum byggiloyvir til sethús og bilskýli verða viðgjørd av kommununi. Brunaumsjónin verður ikki hoyrd, sum liður í málsviðgerðini í tílíkum málum. Mett verður, at lóggávan sostatt ásetur eitt uppbýti í arbeiðsøki hjá ávikavist kommunu og Brunaumsjónini, tá tað snýr seg um bygging. Brunalóggávan sum so heimilar Brunaumsjónini, at áseta aðrar reglur fyri brunavernd. Hesar verða fataðar sum minimumsreglur. Brunaumsjónin kann eitt nú ikki áleggja eini kommunu at fylgja reglunum í KBB 99, um kommunan á einum øki hevur aðrar strangari reglur í byggisamtyktini. Kommunan er ikki bundin til at fylgja tilmælinum frá Brunaumsjónini í hesum. KBB 99 ásetir, at kommunan skal tryggja at almennar ásetingar verða fylgdar. Men kommunan kann sum nevnt omanfyri, gott hava strangari krøv enn ásetingarnar í KBB 99. Ll nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, seinast broytt við Ll nr. 111 frá 13. desember 2006 (býarskipanarlógin) 4 og 5 nevnir m.a., at kommunan skal áseta reglur um brunaviðurskifti í byggisamtyktini. Tað er ásett í pkt. í Ll. nr. 87 frá 17. mai 2000 um kommunustýri, seinast broytt við 71 frá 6. mai 2003, (kommunustýrislógini), at kommunustýrið skal áseta nærri reglur um síni stýrisviðurskifti í eini kommunustýrisskipan. Hetta hevur Tórshavnar kommuna gjørt tann 26. apríl 2001 og seinast broytt tann 18. mai 2006, sum sæst í kommunustýrisskipanini fyri Tórshavnar kommunu. Staðfest er, at Tórshavnar kommuna er byggimyndugleiki, víst verður til 8, 1. petti, 20, 1. petti og til 26 í kommunustýrisskipan fyri Tórshavnar kommunu, og til 4 í Ll. nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, seinast broytt við Ll. nr. 111 frá 13. desember Kommunan hevur í kommunustýrisskipanini nágreiniliga ásett, at til at taka sær av teirri beinleiðis fyristingini av viðurskiftum kommununar verða skipaðar ein fíggjarnevnd og ein ella fleiri nevndir, jvb petti í kommunustýrisskipanini. Tað er ásett í 20, 1. petti, at nakrar fastar nevndir skulu verða valdar, Sociala nevnd, Tekniska nevnd, Byggi- og býarskipanar nevndin, Mentamá lanevnd, Heilsu- og umhvørvisnevndin og Havnanevndin. Í 26, 2. og 3. petti er ásett, at Byggi- og býarskipanar nevndin fyrisitur øll mál, ið sambært byggilóggávu og lóg um býarskipanir og byggisamtyktir eru løgd undir býráðið og at nevndin fyrisitur allar umsóknir um bygging og sundurluting og viðgerð hesar sambært galdandi lógum, reglugerðum og fyriskipanum og ansar eftir, at øll bygging er í samsvari við hesum. Kærunevndin í lendismálum er fult greið yvir, at Almenna byggisamtyktin fyri Tórshavnar kommunu í kap. VIII vísir á, at viðvíkjandi ásetingunum um brunaviðurskifti, so eru krøvini í reglugerð um brunaverju og brunatrygd 1-19 (RBB) galdandi. Viðmerkt verður í hesum sambandi, at Almenna byggisamtyktin 29/34
30 umframt hetta í kap. IV, 25 hevur ásett ítøkiligar reglur um brunatrygd, tá talan er um bygging nærri marki enn 2,5 metur. Kommunan hevur ásetingar um brunatrygd í byggisamtyktini og fylgir hesum. Hesar reglur eru ikki í mótstríð við KBB 99, bert strangari. Hetta hevur kommunan loyvi til sambært býarskipanarlógini og kommunustýrislógini, sum áður nevnt omanfyri. Byggisamtyktir fyri eina kommunu verða gjørdar á serligan hátt við almennari kunngerð, framløgu, kærumøguleika og at enda góðkenning frá landsstýrismanninum. Kommunurnar hava ikki somu ásetingar viðvíkjandi somu viðurskiftum og er hetta ein siðvenja, ið landsstýrismaðurin sum góðkennandi myndugleiki hevur góðkent. Óivað hevði tað verið lættari, um ein landsbyggireglugerð var gjørd fyri økið, galdandi fyri allar kommunur, soleiðis at reglurnar høvdu verið eins fyri allar kommunur. Hetta er tó ikki støðan í dag, og tí verður altíð tikið støði í einstøku byggisamtyktini fyri einstøku kommununa. Kærunevndin í lendismálum er av landsstýrinum sett til at taka støðu til avgerðir, ið kommunan tekur sambært Býarskipanaríógini og byggisamtyktini, jbr. Býarskipanalógini 10a, stk. 1 og stk. 2, har ásett er, at avgerð, sum ein kommuna hevur tikið sambært hesi lóg ella sambært byggisamtykt, kann verða kærd til landsstýrismannin. Landsstýrismaðurin kann leggja kærumyndugleikan eftir stk. 1 til kærunevndina í lendismálum, hvørs avgerðir eru endaligar innan fyrisitingina. Hetta hevur landsstýrismaðurin gjørt við kunngerð nr. 3. frá 25. januar 2007 um kærunevnd í lendismálum. Kærunevndin hevur roynt avgerðina hjá Tórshavnar Kommunu í mun til galdandi byggisamtykt, men ikki í mun til brunalóggávuna, tí Kærunevndin metti, at kærunevndin ikki hevur heimild til at viðgerða brunalóggávuna annars, tí hetta málsøkið liggur hjá Brunaumsjónini og avgerðir tiknar sambært brunalógini, eru ikki innan heimildarøkið hjá nevndini. Viðmerkt verður at enda, at notatið frá 20. januar 2007, lá sum eitt undirskjal til viðmerkingarnar hjá kæraranum, tá hann sendi kæruna til kærunevndina í lendismálum. Notatið er ikki undirskrivað, men kærarin sigur, at hetta er eitt notat frá Brunaumsjón Landisns. Kærunevndin hevur havt skjalið við í viðgerðini av málinum. Men nevndin metti, at tað var ikki uppgávan hjá nevndini at gera fleiri viðmerkingar til skrivið og brunaviðurskifti enn tær, ið nevndar eru í avgerðini. Tí, sum sagt, er brunalóggávan sum so ikki virkisøkið hjá nevndini, men bert tær brunareglur, sum ásettar eru í byggisamtyktini, ella í teimum førum har kommunan í byggimálum er avgerðarmyndugleiki í mun til brunareglurnar annars. 2. Líkareglan Umboðsmaðurin spyr, hví kærunevndin í lendismálum ikki hevur kannað ella tikið støðu til, hvørt Tórshavnar kommuna hevur yvirhildið líkaregluna í hesum málinum. Í kærumálinum, vísti kærarin á, nakrar myndir av bilskýlum í Jyllinge kommune, og at C beint nú bygdi ein blokk í tveimum hæddum við 4 ella 6 frámatrikuleraðum sjálvstøguðum íbúðum úr viði ella sundurskiljing, sum einki hevur við eldverjuvegg at gera. Yvirfyri hesum viðmerkingum greiddi Tórshavnar kommuna í sínum viðmerkingum frá, at teirra byggimálsviðgerð verður framd við støði í galdandi byggisamtykt fyri Tórshavnar kommunu, og kommunan metti ikki, at byggimálsviðgerð í eini danskari kommunu var viðkomandi fyri teirra málsviðgerð og avgerð. Eisini upplýsti kommunan, at kommunan í dag hevur ta siðvenju, at ein og hvør bygging á marki skal vera við eldverjutryggum veggi fyri at tryggja móti eldspjaðing millum grannahús. Undantøk frá hesi reglu verður bert gjørd, tá talan er 30/34
31 um mark móti almennum fríøki e.l har mett verður, at eingin vandi er ella verður fyri eldspjaðing. Kærunevndin var samd við Tórshavnar kommunu í hesum, og metti, at tá Tórshavnar kommuna vísir á galdandi siðvenju í tílíkum byggimálum og hetta ikki varð afturvíst av kæraranum, so varð út frá tí skjaltilfari, ið kærunevndin hevði at taka støðu út frá, ikki grundarlag fyri, at seta spurnartekin við hesa útsøgn frá kommununi. Støðan hevði møguliga verið ein onnur, um kærarin varð komin við ítøkiligum dømum sum bendu á tað mótsætta av, hvat kommunan hevur upplýst fyri kærunevndini. Byggingin hjá C sýntist í so máta ei heldur beinleiðis samanbarlig við ítøkiliga kærumálið. Kærunevndin fór tí í avgerðini ikki nærri inn á spurningin, um líkaregluna. Møguliga hevði tað verið greiðari um nakað varð skrivað um hetta í avgerðartekstinum. Hetta hevði tó ikki broytt nakað uppá avgerðina í málinum. Viðmerkt verður, at tær 60 myndimar, sum umboðsmaðurin hevur fingið inn í sambandi við kæruna til umboðsmannin, eru ikki fyrilagdar Kærustovninum ella Kærunevndini í lendismálum. Tí hevur ikki verið møguligt hjá kærunevndini ella kommununi at taka støðu til líkaregluna út frá hesum myndunum. At enda kann viðmerkjast, at um kærarin hevði sent myndirnar inn til Kærustovnin í sambandi við kæruviðgerðina, vóru myndirnar sjálvandi sendar til Tórshavnar kommunu til ummælis, og verið partur av avgerðargrundarlagnum hjá kærunevndini. Tann 10. apríl 2008 boðaði umboðsmaðurin pørtunum frá, at hildið varð áfram við viðgerðini av málinum. Tann 29. apríl 2008 sendi umboðsmaðurin Brunaumsjón Landsins teldupost við fyrispurningi um reglugerð um brunaverju og brunatrygd. Deildarstjórin á Brunaumsjón Landsins upplýsti, at hann í juli 1990 hevur latið kommununi Reglugerð um brunaverju og brunatrygd. Í 1992 verður reglugerðin til kunngerð nr. 45 frá 9. mai 1992 um brunaverju og brunatrygd (KBB92), og síðani verður kunngerðin broytt við kunngerð nr. 88 frá 9. november 1999 um brunaverju og brunatrygd (KBB99). Brunaumsjón Landsins hevur tikið fyri givið, at almenna byggisamtyktin vísir til KBB99, og sigur, at tað tykist sum Tórshavnar kommuna ger tað sama. Brunaumsjón Landsins sendi umboðsmanninum avrit av 8 í reglugerð um brunaverju og brunatrygd. Tórshavnar kommuna hevur í telefonsamrøðu, tann 30. apríl 2008, upplýst, at tá ið kommunan nýtir brunareglurnar, nýtir kommunan ikki reglugerð um brunaverju og brunatrygd, sum víst verður til í almennu byggisamtyktini, men reglurnar á heimasíðuni hjá Brunaumsjón Landsins, nevniliga KBB99. Umboðsmaðurin helt síðani áfram við viðgerð síni av hesum máli. Niðurstøða Hendan klagan snýr seg um eina avgerð hjá Tórshavnar kommunu í einum máli viðvíkjandi noktan av byggiloyvi til bilskýli (carport). Avgerðin er staðfest av kærunevndini í lendismálum. 31/34
32 Tórshavnar kommuna vísir í avgerð síni í hesum máli til kap. IV, 25, stk. 5 og stk. 6 í almennu byggisamtyktini. Sambært kap. IV, 25, stk. 6, g skal veggur móti grannamarki verða gjørdur sum eldverjuveggur. Frávik frá hesum er loyvt, tá ið tað ikki veksur um vandan av eldi. Tá ið klagarin sendi kærunevndini í lendismálum kæru sína, var hjálagt eitt ummæli frá deildarstjóranum á Brunaumsjón Landsins. Niðurstøðan í hesum ummæli var, at tað var ikki neyðugt at krevja BS 120 brandvegg í bilskýli bygt í mark. Kærunevndin nevndi ummælið í avgerð síni, men tók ikki støðu til innihaldið, heldur ikki, tá ið støða skuldi takast til, um talan var um eitt mál av lítlum týdningi, sambært kap. I, 9, stk. 1 í almennu byggisamtyktini. Tað er skyldan hjá kærunevndini at lýsa málið á nøktandi hátt, áðrenn avgerð verður tikin, og at taka støðu til viðkomandi upplýsingar í málinum. Tá ið eitt ummæli frá serkunnleika á brunaøkinum fyriliggur, eigur kærunevndin at taka støðu til hetta. Er ivi um innihaldið, eigur kærunevndin at eftirkanna innkomnu upplýsingarnar, og møguliga biðja um ummæli frá øðrum sakkønum. Í niðurstøðu síni sigur kærunevndin í lendismálum m.a. soleiðis: Kærunevndin var somuleiðis av teirri fatan, at tað liggur uttanfyri virkisøkið nevndarinnar at viðgera brunareglurnar í aðrari lóggávu. Nevndin hevur tí ikki viðgjørt tann partin av málinum, ið viðvíkja hesum. Um innihaldið av eftirkanning hjá kærumyndugleika stendur soleiðis á bls. 992 og 994 í Forvaltningsret 2. udgave eftir m.a. Hans Gammeltoft- Hansen: Det principielle udgangspunkt er enkelt: Prøvelsen er en fuldstændig efterprøvelse af hele sagens faktum og af alle sagens retlige spørgsmål (sagens jus) og i forlængelse heraf en stillingtagen til den konkrete subsumption i sagen; denne stillingtagen omfatter også afgørelsens rimelighed og hensigtsmæssighed. Dette gælder hvad enten der er tale om en almindelig, ulovbestemt rekursordning eller en lovbestemt rekursordning. I forbindelse med lovbestemte rekursordninger kan der være fastsat særlige begrænsninger i rekursinstansernes prøvelse af realitetsbehandlede sager eller begrænsninger især i forbindelse med klager over afgørelser der i første instans er truffet af (amts) kommunale myndigheder. 10a, stk. 1, í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 32 frá 30. apríl 2007, er soljóðandi: 10a. Avgerð, sum ein kommuna hevur tikið sambært hesi lóg ella sambært byggisamtykt, kann verða kærd Sambært 10a, stk. 1, í býarskipanarlógini skal kærumyndugleikin sostatt eftirkanna ta avgerð, ið kommunan hevur tikið sambært lógini og almennu 32/34
33 byggisamtyktini. Í kap. VIII í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu, stendur soleiðis um brunaviðurskifti: Viðvíkjandi ásetingum um brunaviðurskifti eru krøvini í Reglugerð um brunaverju og brunatrygd 1-19 (RBB) galdandi. Av tí, at almenna byggisamtyktin beinleiðis vísir til reglurnar um brunaverju og brunatrygd, meti eg, at hesar reglur eru vorðnar partur av almennu byggisamtyktini, og sostatt er ikki nøkur avmarking í kanningarrættinum hjá kærunevndini í lendismálum í mun til hesar brunareglur. Tí meti eg, at kærunevndin í lendismálum eisini átti at eftirkanna, hvørt avgerðin hjá kommununi í hesum málinum var í tráð við hesar reglur. Umboðsmaðurin hevur fingið eitt eintak av 8 í reglugerð um brunaverju og brunatrygd sendandi frá Brunaumsjón Landsins. Reglurnar í og eru einsljóðandi við somu reglur í kunngerð nr. 45 frá 9. mai 1992 um brunaverju og brunatrygd, sum broytt við kunngerð nr. 88 frá 9. november 1999, (KBB99). Bilskýli verður definerað í brunareglunum í reglugerð um brunaverju og brunatrygd og í KBB99 er soljóðandi: Bilskýli ella onnur skýli kunnu byggjast fast í einbýlishús á sama grundstykki uttan serstøk brunatrygdarlig tiltøk. Bilskýli er skýli við tekju og veggjum við í mesta lagi trimum síðum. Fjórða síðan (endin) skal vera heilt opin í reglugerðini og KBB99 er soljóðandi: Hóast ásetingarnar í -5. kann á einum grundøki, uttan serlig tiltøk móti grannamarki, í sambandi við einbýlishús byggjast 1 av teimum í -5. nevndu smáu húsum (herundir bilskýli, mín viðmerking) treytað av at: a) bygningurin í mesta lagi er 50 m2 b) Bygningurin einans í einari síðu stendur í mark ella nærri tí enn 2,5m. Tað vísir seg at vera ógreiða um, hvørjar brunareglur eru galdandi sambært almennu byggisamtyktini. Kap. VIII í almennnu byggisamtyktini vísir til reglugerð um brunaverju og brunatrygd, men Tórshavnar kommuna hevur upplýst, at kommunan ikki nýtir hesa reglugerð. Í staðin nýtir kommunan KBB99 í málum viðvíkjandi brunaviðurskiftum. Brunaumsjón Landsins hevur upplýst, at stovnurin hevur tikið fyri givið, at kap. VIII vísir til kunngerð um brunaverju og brunatrygd, og at kommunan tykist gera tað sama. Eisini vísir hetta málið, at tað er trupult hjá bæði umsiting og borgara at fáa greiðu á hvørjar reglur eru galdandi, og er hetta ikki nøktandi fyri rættarstøðu borgarans. Eg fari tí at heita á Tórshavnar kommunu, um at endurskoða brunareglurnar í almennu byggisamtyktini, soleiðis at hesar reglur verða greiðari. 33/34
34 Vísandi til omanfyristandandi viðmerkingar, fari eg at heita á kærunevndina í lendismálum at taka hetta málið upp til nýggja viðgerð. Eg fari samstundis at biðja kærunevndina lata meg frætta, hvørja niðurstøðu nevndin kemur til í hesum sambandi. Sólja í Ólavsstovu umboðsmaður Nýtt viðvíkjandi áliti um avgerð hjá Kærunevndini í Lendismálum um noktan av byggiloyvi til bilskýli Føroya Kærustovnur hevur við skrivi, dagfest 17. juni 2008, boðað umboðsmanninum frá, at Kærunevndin í Lendismálum hevur tikið málið til nýggja viðgerð. Kærunevndin hevur í hesum sambandi heitt á Tórshavnar kommunu um at viðgera málið av nýggjum við atliti at teim ávísingum, sum umboðsmaðurin hevur í sínum áliti um brunareglurnar. Kærunevndin heitir í hesum sambandi á kommununa um at útvega eitt ummæli frá Brunaumsjónini um málið, áðrenn hon endurskoðar avgerðina í málinum. Kærunevndin førir harumframt fram, at umboðsmaðurin undir kæruviðgerðini kom inn á siðvenjuna hjá kommununi við at geva byggiloyvi til bilskýli. Kærarin hevur gjørt galdandi, at tær upplýsingar, sum kommunan gav Kærunevndini í Lendismálum um siðvenju við at krevja brunavegg í samband við bilskýli, ikki er røtt, og at tað eru óteljandi dømi um borgarar, sum hava fingið byggiloyvi undir somu umstøðum, sum hann. Kærunevndin sigur, at hetta eigur kommunan at kanna og hava við í nýggju viðgerðini. Kærunevndin í Lendismálum biður kommununa geva kærunevndini kunning um, hvørja niðurstøðu kommunan kemur til. Umboðsmaðurin tekur skrivi til eftirtektar, og ger ikki meira við málið. 34/34
Sagsøgeren har påstået sagsøgte dømt til at betale 42.400 kr. med procesrente fra den 26. juni 2003, subsidiært procesrente fra den 22. april 2008.
DOM Afsagt af retten på Færøeme den 22. december 2009 IBS-sagnr. 619/2008 Skatteyderi mod TAKS Samandráttur: Málið snýr seg partvís um saksøkjarin, skattagjaldari, skal rinda mvg av skrásetingaravgjaldinum
Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging
Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging Galdandi frá 1. januar 2016 1. Tryggingaravtalan Stk. 1. Tryggingaravtalan fevnir um bólkalívsavtaluna og niðanfyristandandi tryggingartreytir. Stk. 2. Frávik til
Álit Viðvíkjandi klagu um vantandi fráboðan, grundgeving og kæruvegleiðing í avgerðum hjá TAKS
Tórshavn, tann 15. juli 2010 J.Nr.: 200900065 / 23 Álit Viðvíkjandi klagu um vantandi fráboðan, grundgeving og kæruvegleiðing í avgerðum hjá TAKS Við skrivi, móttikið tann 1. august 2009, hevur A sent
Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding av elinnleggjarum
Johan Dahl, landsstýrismaður Vinnumálaráðið Tinganes FO-100 Tórshavn Landsstýrismálanevndin 01.06.2011 j. nr. 7.13-20110005 14 bl/td (at tilskila í svari) Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding
LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR
Tórshavn, tann 5. november 2007 J.Nr.: 200700058 (at tilskila í svari) Viðgjørt: Álit viðvíkjandi avgerð hjá Løgmansskrivstovuni um noktan av almennum innliti í skjøl viðvíkjandi føroysku sendistovuni
Álit viðvíkjandi handfaring av umbøn um innlit í byggimál hjá Tórshavnar kommunu.
Tórshavn, tann 09. desember 2010 J.Nr.: 201000043 / 17 (at tilskila í svari) Tykkara J.nr. Álit viðvíkjandi handfaring av umbøn um innlit í byggimál hjá Tórshavnar kommunu. A hevur í skrivi, dagfest tann
Málsgongd Við skrivi, dagfest 12. desember 2008, sendi Mentamálaráðið soljóðandi uppsøgn til klagaran:
Tórshavn, tann 23. apríl 2013 J.Nr.:28/ 201200015 / 13 (at tilskila í svari) Tykkara J.nr. Álit viðvíkjandi klagu um skikkaða eftirløn hjá tænastumanni Við skrivi, dagfest 6. februar 2012, hevur A sent
Givið út 30. mai 2017
Givið út 30. mai 2017 Nr. 78 29. mai 2017 Løgtingslóg um broyting í ymiskum lógum á málsøkinum persóns-, húsfólka- og arvarætti (Myndugleikaflyting vegna yvirtøku av málsøkinum) Samsvarandi samtykt Løgtingsins
Tórshavn 3. apríl Viðmerkingar til byggilógina v/petur Olsen
1 Viðmerkingar til byggilógina v/petur Olsen Tórshavn 3. apríl 2011 Næstan allar viðmerkingarnar siga, at lógin er ógreið á fleiri økjum. Talan er um avmarkað økið innan bygging talan er um økta byggiumsiting
DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál. Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess
DANSK 1-2-3 Danskt sum 1., 2. og 3. mál Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess Hvat halda næmingar um danskt og undirvísing í donskum / Hvad synes eleverne om dansk og danskundervisningen? Spørgeskemaundersøgelse
Heilsu- og innlendismálaráðið
Heilsu- og innlendismálaráðið Løgtingið Dagfesting: 5. januar 2018 Mál nr.: 17/00573-14 Málsviðgjørt: MHR Løgtingsmál nr. xx/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í Anordning om ikrafttræden for Færøerne
Liðugfráboðan til eftirlits av Brunaávaringarskipan
Síða 1 av 5 Til Brunaumsjón landsins, Tinghúsvegi 5, 100 Tórshavn Liðugfráboðan til eftirlits av Brunaávaringarskipan Anleggseigari Navn: Bústaður: Att.: Anlaggsadressa Navn: Bústaður: Kontaktpersónur:
Vegleiðing at dagføra GPS-kort. Tillukku við tínum keypi av GPS-korti. Kortið fevnir um Føroyar.
Vegleiðing at dagføra GPS-kort Sp/f Munin Dalavegur 47 FO-100 Tórshavn Føroyar www.munin.fo E-mail : [email protected] Tlf. +298 35 36 00 Fax +298 35 36 01 Tórshavn tann 25-11-2013 Tillukku við tínum keypi
forbindelse med både ansættelse, ændring i ansættelsesforhold og ved afslutning af ansættelsen.
Retningslinie Uppgávu- og ábyrgdarbýtið ímillum og eindir/leiðarar á LS, tá ið byrjar í starvi, broytir starv innanhýsis ella fer úr starvi / Opgave og ansvarsfordeling mellem medarbejdere og afdelinger
Føroyska bygningsreglugerðin 2017 (FBR17)
Skjal 1 Føroyska bygningsreglugerðin 2017 (FBR17) 1 Fyrisitingarligar ásetingar... 7 1.1 Alment... 7 1.2 Nýtsluavmarkingar av bygningsreglugerðini... 7 1.3 Umsókn um byggiloyvi... 9 1.3.1 Formkrøv til
BYGNINGSKUNNGERÐIN 2017
BYGNINGSKUNNGERÐIN 2017 Hesi fyrivarni eru tikin til innihaldið Í sambandi við útgávuna av hesi prentútgávu av kunngerð nr. 72 frá 27. juni 2016 um bygnings kunngerð 2017, hevur Landsverk sett kunn gerðina
Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar
Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar OLE WICH 2013 Javnaðarflokkurin á Fólkatingi Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir
Konference om affald på havet
Konference om affald på havet Miljøtilsyn lavet af Skipaeftirlitið Skipaeftirlitið (maritime( myndigheder) Tilsyn som er krævet efter bekendtgørelse nr. 122 fra den 25. november 2005 / 11 stk. 3 og aftale
Givið út 1. juli 2016
Givið út 1. juli 2016 Nr. 72 27. juni 2016 Kunngerð um bygningskunngerð 2017 (BK17) Við heimild í 3, 5, stk. 1, 6, stk. 1, 8 og 18, 20, stk. 2 og 5, 21, stk. 2 og 22, stk. 1 og 2 í løgtingslóg nr. 60 frá
Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland
Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland I medfør af 41, stk. 6, 53, stk. 8, og 95 i lov om arbejdsløshedsforsikring m.v., jf. lovbekendtgørelse
- Webundersøgelse, Fólkaskúlaráðið, oktober 2013. Fólkaskúlaráðið. Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på
Fólkaskúlaráðið Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på og erfaringer med ressourcentre på skolerne 2013 Udarbejdet af Scharling Research for bestyrelsen i Fólkaskúlaráðið, oktober 2013 Scharling.dk
Bygnaðarbroytingar, tænastumenn og grundgevingar
Bjarni Mortensen Bygnaðarbroytingar, tænastumenn og grundgevingar Bjarni Mortensen 1 Úrtak. Greinin er skrivað sum partur av próvtøkuni á skeiði í føroyskum kollektivum arbeiðsrætti. Greinin viðger støðuna
Gamlar myndir úr Norðuroyggjum
Nr. 289 Hósdagur 20. mars 2003 10,- Síða 20 Símun Johan Wolles 70 ár Løgtingsmál viðvíkjandi fiskivinnu og -monnum Vit greiða frá teimum framløgdu tingmálunum, sum viðvíkja fiskimonnum. Síða 6-9 FF hevur
DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál
DANSK 1-2-3 Danskt sum 1., 2. og 3. mál Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess Hvat halda føroyskir lærarar um danskt og undirvísing í donskum / Hvad synes færøske lærere om dansk og danskundervisningen?
Álit viðvíkjandi klagum um starvssetanir í Suðuroyar musikkskúla. Við skrivi, dagfest 16. februar 2014 sendi A umboðsmanninum soljóðandi klagu:
Tórshavn, tann 17. februar 2016 J.Nr.: LUM-28-15/00094-31 (at tilskila í svari) Tykkara J.nr. Álit viðvíkjandi klagum um starvssetanir í Suðuroyar musikkskúla Við skrivi, dagfest 16. februar 2014 sendi
Almannastovan. Almannastovan. Skjal 11. Dagur J. nr I. Almanna- & Heilsumálastýrið Fyrisitingardeildin Eirargarður Tórshavn
Skjal 11 Dagur 28-11-99 J. nr. 95.50.I Almanna- & Heilsumálastýrið Fyrisitingardeildin Eirargarður 2 100 Tórshavn Hjálagda tilfar verður við hesum sent til stýrið sum Almannastovunar viðmerkingar til ætlanirnar
Løgtingsmál nr. xx/2008: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tænastumenn landsins. Uppskot. til
Tórshavn, tann 19.februar 2008 J.Nr.: 8201-73-0003/2007 (at tilskila í svari) Viðgjørt: sn Løgtingið Løgtingsmál nr. xx/2008: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tænastumenn landsins.
Føroyska bygningsreglugerðin 2015
Fylgiskjal 1 Føroyska bygningsreglugerðin 2015 1 Fyrisitingarligar ásetingar... 6 1.1 Alment... 6 1.2 Nýtsluavmarkingar av bygningsreglugerðini... 6 1.3 Umsókn um byggiloyvi... 8 1.3.1 Formkrøv til umsóknartilfar...
Advokatskrivstovan Fr. Petersensgøta
Advokatskrivstovan Fr. Petersensgøta Fr. Petersensgøta 9 Postboks 6 110 Tórshavn Telefon: (298) 11145 Telefax: (298) 11525 Tórshavn, tann 26.11.1997 970823 kj Oljufyrisitingin Debesartrøð att. Herálvur
Orðið eigur í føroyskari felagsverklóg 1
Orðið eigur í føroyskari felagsverklóg 1 Snorri Fjallsbak 2 Tað er stórur munur á einari kanin og einari kanón. Tí er tað sera umráðandi, at vit gera okkum ómak, tá ið vit skriva orðini, og at vit stava
Skatta- og avgjaldsmál avgerðir
Skatta- og avgjaldsmál avgerðir Mál nr.: Lóg: Avgerð tikin: 09-03-31-72 Meirvirðisgjaldslógin 12 29.11.2010 Sýtt útgjald av íløgu-mvg. Søla av virksemi. Próvbyrða. Samandráttur: Kært er um, at TAKS hevur
Under arbejdet med kunngerðini er jeg blevet opmærksom på 3 områder i loven, jeg mener vi lige må tænke over en ekstra gang.
Fra: Gunnvør Eriksen [mailto:[email protected]] Sendt: 9. februar 2006 14.23 Til: Løgtingið Emne: Skjal 5 HEILSUSKÚLIN - Ummæli av lógaruppskoti Vinarliga / Best Regards Gunnvør Eriksen Mentamálaráðið ':
DOM. Under denne sag, der er anlagt den 16. august 2010, har sagsøgerne, A, B, C, D, E, F, H, I, J og K, nedlagt påstand om:
DOM Afsagt den 14. juni 2011 i sag nr. BS 1270/2010: A, B, C, D, E, F, G, H, I, J og K mod TAKS Under denne sag, der er anlagt den 16. august 2010, har sagsøgerne, A, B, C, D, E, F, H, I, J og K, nedlagt
Dátueftirlitið Tinganes - Postboks Tórshavn Telefonnr:
Fíggjarmálaráðið Traðargøta 39 FO-160 Argir Tórshavn, tann 19. apríl 2007 J. nr.: 20070025-4 Viðgjørt: KJ/IE Viðvíkjandi Lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask af udbytte og finansiering af
Klagan til TV2. Hvat kann gerast. Upplivdi illveðrið í 1932, ið beindi fyri formanni í FF. Livravirkið á Eiði. Frásøgn hjá Andrew Godtfred:
Nr. 323 Hósdagur 5. august 2004 12,- Síða 13 Livravirkið á Eiði Nýggj roynd at gagnnýta livrina og aðrar úrdráttir. Vit hava verið á Eiði og hitt virkisleiðaran Onnu Katrin Matras. Síða 9 Frásøgn hjá Andrew
Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin. Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014
Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014 Integration og eksklusión versus inklusión Integratión merkir at vera so normalur, sum gjørligt,
Løgtingið Tórshavn, tann 9.juni 2015 J.nr.: 12/ Løgtingsmál nr. / 2015: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar søloven
Løgtingið Tórshavn, tann 9.juni 2015 J.nr.: 12/00004 Løgtingsmál nr. / 2015: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar søloven Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri
Vinnukærunevndin - avgerðir
Mál nr. : 16/00094 Vinnukærunevndin - avgerðir Lóg: 18, stk. 1 og stk. 2, og 18 c í løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988 (ferðslulógin). 18 í kunngerð nr. 112 frá 29. september 2005 um koyrikort
Løgtingsmál nr. 126/2007: Uppskot til løgtingslóg um havnir. Uppskot. til. løgtingslóg um havnir
Fólkaflokkurin Sambandsflokkurin Sjálvstýrisflokkurin Løgtingið Løgtingsmál nr. 126/2007: Uppskot til løgtingslóg um havnir Uppskot til løgtingslóg um havnir Kapittul 1 Øki og allýsingar 1. Lógin er galdandi
2 Stk. 2. Løgtingslóg nr. 78 frá 12. juni 1986 um eldsbruna o.a. fer úr gildi 31. desember 2008.
Føroya Løgting Tinghúsvegur 1-3 FO-100 Tórshavn Tinghúsvegur 1-3, Postboks 208, 100 Tórshavn 25.03.2009 Viðmerkingar til tingmál nr. 119/2008: Fiskimálaráðharrin hevur hin 06.03.2009 lagt fram tingmál
Høringssvar fra Adoption & Samfund vedrørende udkast til bekendtgørelse for Færøerne om godkendelsen som adoptant.
Ministeriet for Børn, Ligestilling, Integration og Sociale Forhold E-mail: [email protected] og [email protected] Rønde, den 17. april 2015 Høringssvar fra Adoption & Samfund vedrørende udkast til bekendtgørelse
Søgan um "Vesturhavið Blíða"
Síða 28 Nr. 284 Hósdagur 9. januar 2003 10,- Føroysk kirkjufólk á Filippinunum Grønlandstíðindi frá Kára við Stein Síða 23 Gamlar Havnarmyndir Carolina Heinesen greiðir m.a. frá, tá gamli Rubek, f. 1816,
Alternativur flogvøllur í Føroyum.
J. nr. 200700935-109 EK (at tilskila í svari) Tórshavn, 30. mars 2010 Veðurfrøðilig frágreiðing um kanning í samband við flogvallaviðurskifti Alternativur flogvøllur í Føroyum. Nógvar meiningar um ein
Magni Laksáfoss. Magni Laksáfoss, Fróðskaparsetur Føroya
Føroyski búskapurin - eitt sindur øðrvísi - Magni Laksáfoss Magni Laksáfoss Búskaparfrøðingur Arbeiði við phd-verkætlan: Kanning av føroyska búskapinum Stuðlað av: BP Amoco Exploration (Faroes) Ltd. The
Fólkaheilsukanning Hvussu hevur tú tað 2015
Fólkaheilsukanning 2015 - Hvussu hevur tú tað 2015 Fólkaheilsuráðið juni 2016 Sálarheilsa Sálarheilsa Perceived Stress Scale Í hesi kanningini verður PSS (Perceived Stress Scale) nýtt fyri at meta um sálarheilsuna
Sigurd fekk medalju fyri sigling í krígstíð í Íslandi
Síða 4 Ættarliðsskifti í Realinum Nr. 344 Hósdagur 9. juni 2005 12,- Mynd: Kristian M. Petersen Síða 9 Sigurd fekk medalju fyri sigling í krígstíð í Íslandi Sigurd Joensen sum umboðar FF við Johannu, fekk
Viðvíkjandi: P/f Tryggingarfelag Føroyar yvitekur virkisøkið frá P/f Trygd
Advokatskrivstovan Tórshavn, tann 19. desember 2008 Frúutrøð 4 Postboks 6 J.nr.: K600-2008063 FO-110 Tórshavn Viðgjørt: S.R Att: Christian F. Andreasen Tygara ref: Viðvíkjandi: P/f Tryggingarfelag Føroyar
MÁL FYRI OPNUM HURÐUM KL
1 MÁL FYRI OPNUM HURÐUM KL. 18.00 52/11 2011-0217 Mál beind í nevndir 53/11 2010-2419 Broyting av serstøku byggisamtykt undir Gráasteini. Lýsing av málinum - samandráttur: Umsókn er komin frá Niels Kára
INNANHÝSIS. Uppskot til. Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af ændringslove til lov om luftfart
UTTANRÍKIS - OG V INNUMÁLARÁÐIÐ INNANHÝSIS Løgtingið Tórshavn, tann 1. februar 2017 Vmr. J.Nr.: 16/00801-4 Viðgjørt: EFR Løgtingsmál nr. xx /2016: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri
Álit viðvíkjandi klagu um vantandi frítøku frá at rinda til føroyska eftirlønarskipan
Tórshavn, tann 7. juli 2016 J.Nr.: LUM-28-15/00119-10 (at tilskila í svari) Tykkara J.nr. Álit viðvíkjandi klagu um vantandi frítøku frá at rinda til føroyska eftirlønarskipan Við skrivi, dagfest 29. september
Kanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum
Kanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum LØGTINGIÐ 19 nevndin Kanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum 19 nevndin: Joen Magnus Rasmussen, formaður Kristina Háfoss, næstforkvinna Helgi Abrahamsen
Grannskoðaraeftirlitið. fghjklæøzxcvbnmqwertyuiopåasdfghj. Ársfrágreiðing og 2010
qwertyuiopåasdfghjklæøzxcvbnmqw ertyuiopåasdfghjklæøzxcvbnmqwert yuiopåasdfghjklæøzxcvbnmqwertyui opåasdfghjklæøzxcvbnmqwertyuiopå asdfghjklæøzxcvbnmqwertyuiopåasd Grannskoðaraeftirlitið fghjklæøzxcvbnmqwertyuiopåasdfghj
Frágreiðing um grundlógararbeiði
Grundlógarnevndin Frágreiðing um grundlógararbeiði frá formanninum í grundlógarnevndini til landsstýrismannin í sjálvsstýrðismálum Latin 31. desember 2001 Løgfrøðiliga kannað og rættað 14. mars 2002 GRUNDLÓGARNEVNDIN
Uttanríkis- og vinnumálaráðið
Uttanríkis- og vinnumálaráðið Løgtingið Dagfesting: 1. november 2018 Mál nr.: 17/00276 Málsviðgjørt: jd Løgtingsmál nr. 70/2018: Uppskot til løgtingslóg um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi o.a.
Álit um stýrisskipanarviðurskifti Føroya
Álit um stýrisskipanarviðurskifti Føroya Álit um stýrisskipanarviðurskifti Føroya Álit frá nevndini, landsstýrið setti 1. apríl 1993, at kanna stýrisskipanarviðurskifti Føroya. Sjúrður Rasmussen, adv.
Kirkjuligt Missiónsblað
Nr. 3 mai. 2010 63. árið Kirkjuligt Missiónsblað KALLIÐ Legg tú á Harran tínar leiðir, og lít tú á hann, hann man tað útinna. Sálm. 37,5. Kallið, til at arbeiða í Guds ríki, er Guds gáva til hvørt einstakt
LANDSGRANNSKOÐANIN. Frágreiðing. um umskipanina av Føroyagrunninum frá 1971 til ein sjálvsognargrunn. latin løgtingsgrannskoðarunum
LANDSGRANNSKOÐANIN Frágreiðing um umskipanina av Føroyagrunninum frá 1971 til ein sjálvsognargrunn latin løgtingsgrannskoðarunum sambært 14 í Ll. nr. 25/1999 um grannskoðan av landsroknskapinum v.m. September
Hugburður til føroysk yrkisorð
JÓGVAN Í LON JACOBSEN Hugburður til føroysk yrkisorð Endamálið við hesi grein er at siga eitt sindur um hugburð føroyinga til føroysk yrkisorð og um yrkisorðafrøði yvirhøvur. Grundarlagið undir greinini
Kirkjuligt Missiónsblað
Nr. 6 sep. 2011 64. árið Kirkjuligt Missiónsblað BØNARLÍV Í Jóh. 2,1-11 læra vit nógv av Mariu um bøn. Maria fer beina leið til Jesus við síni bøn. Hon sigur Jesusi frá, hvat vertsfamiljuni tørvar. Bøn
