Kirkjuligt Missiónsblað

Relaterede dokumenter
Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál. Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess

Kirkjuligt Missiónsblað

Ein livandi Kristus til ein doyggjandi heim

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Ríki maður og Lázarus Luk. 16,

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Jesus biður fyri okkum Joh. 17, 20-26

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

- Webundersøgelse, Fólkaskúlaráðið, oktober Fólkaskúlaráðið. Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på

Kvinnan við Sikarsbrunn Partur II Joh. 4, 1-43

Kirkjuligt Missiónsblað

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál

Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar

Sagsøgeren har påstået sagsøgte dømt til at betale kr. med procesrente fra den 26. juni 2003, subsidiært procesrente fra den 22. april 2008.

Nr mai árg. Lívsins orð

Kirkjuligt Missiónsblað

HEVUR JESUS NAKRAN TÝDNING

Nr. 1 Februar árið

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Hvussu kunnu vit liva sum trúgvandi í dag?

Til minnis um Elsa Jacobsen, kristniboðara

Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin. Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014

Kirkjuligt Missiónsblað

Sigurd fekk medalju fyri sigling í krígstíð í Íslandi

Enok maðurin, sum gekk við Gudi

Minni um teir, sum sigldu og teir, sum doyðu undir krígnum Ferðin hjá "Johannu" eitt rimmar tiltak.

Søgan um "Vesturhavið Blíða"

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Brúdleypið hjá kongssoninum. Matt. 22, 1-14.

Kirkjuligt Missiónsblað

Kvinnurnar við grøvina

TÁ IÐ TIT... Kirkjuligt Missiónsblað. Nr juni árið

Fólkaheilsukanning Hvussu hevur tú tað 2015

forbindelse med både ansættelse, ændring i ansættelsesforhold og ved afslutning af ansættelsen.

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Marius smíðar bát í Íslandi. ALS 10 ár. Stór frásøgn frá hátíðarhaldinum. Bjarni Djurholm má steðgast og fiskimonnum má vera tryggjað rættindi.

Kirkjuligt Missiónsblað


EFTIR TÍNUM ORÐI! Kirkjuligt Missiónsblað. Nr februar árið. Jákup Olsen skrivar. Fiskiveiða Pæturs, Luk

Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding av elinnleggjarum

ATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN H71 - NEISTIN. Sunnudagin 28. september kl Hoyvíkshøllin

Strongdkanning av limum hjá Starvsmannafelagnum. Gjørd av Fegin Ábyrgdari: Niclas Heri Jákupsson

Námsferð 25. mai 5. juni 2017

Men størstur av teimum er kærleikin

Børn og doyving Kunning til foreldur

Út á Fagranes, har 7 fiskimenn mistu lívið í 1927

Svenskur elitusvimjivenjari

Frágreiðing frá Skipaeftirlitinum um arbeiðsvanlukku umborð á Túgvusteini hin

Vegleiðing at dagføra GPS-kort. Tillukku við tínum keypi av GPS-korti. Kortið fevnir um Føroyar.

Skiparin sum virkaði sum tannlækni

Mest støðuga fiskavirkið er í Vági

Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland

Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging

Nám. Í læraravegleiðingini er eisini eyka tilfar, sum nýtast kann, um tíð er til tess og uppgávur eru á

Blákrossheimið Ársfrágreiðing 2017

samstarva At veita eina um skjóta hettar og tilboðið: goða viðgerð til kvinnur við burðartunglyndi.

Aftaná eitt misálit Tað hjálpir einki bert at seta nýggjan landsstýrismann. Tað, sum ræður um, er ein fullkomilig umskipan av fiskimálaráðnum.

Klagan til TV2. Hvat kann gerast. Upplivdi illveðrið í 1932, ið beindi fyri formanni í FF. Livravirkið á Eiði. Frásøgn hjá Andrew Godtfred:

Givið út 30. mai 2017

Lívsins salt. Vit hava verið í Ibiza og hugt eftir saltframleiðslu. Neptun og Nólsoy

Føroyskur saltfiskur væl umtóktur

Nýggj stjórnarskipan má fyrst og fremst verja borgaran

Mikudagin TANN 15. apríl verður ráðstevna á Hotel Føroyum um multiresistentar bakteriur og antibiotikaresistens

Leiðarans leiklutur og samskifti í broytingum

Tine Færch Jørgensen. Til Trafik- og Byggestyrelsen

Heilsu- og innlendismálaráðið

Tøl um royking í Føroyum

SAMNORDISK PENSIONÄRSKULTUR Tórshavn, Føroyar 3-10 august 2014

Nýggj skip. 70 ár síðan Nólsoy gekk burtur Søgan um ringin sum kom aftur. Svenskari vitjað í Føroyum í 56 ár

FF-blaðið í Frankaríki Vit vóru bæði á fiskivinnuvitjan og til fótbólt. Drúgv og øðrvísi frásøgn

Ársins studentur. Áhugaverd frásøgn frá meslingagrindini, sum var í Gøtu í Vit hava myndir frá grindini, sum ikki fyrr hava verið alment kendar.

2. ÁRSFJÓRÐINGUR 2004 BLAÐ NR. 11 HAVNAR HANDVERKARAFELAG

Magni Laksáfoss. Magni Laksáfoss, Fróðskaparsetur Føroya

Gamlar myndir úr Norðuroyggjum

Málsgongd Við skrivi, dagfest 12. desember 2008, sendi Mentamálaráðið soljóðandi uppsøgn til klagaran:

Skipari kláraði tað, sum læknar ikki kundu! Læknarnar vildi taka beinið av Palla, men hann noktaði.

Heilsu- og innlendismálaráðið

ICES viðurkennir. Bjargingarroynd í Vágsbotni. Fiskaren vitjar FF. Bernhard 5. partur. Løgtingsins umboðsmaður setir kærarar í gapistokk.

HAVNAR KLUBBI oktober Endurgerð av minnisriti Havnar Klubba, tá hann fylti 160 ár.

Trupulleikar og møguleikar við upsanum. Upsaátakið vísti, at møguleikar eru fyri upsanum, men teir koma neyvan av sær sjálvum.

Hvat hendi við russarunum?

Bakstøði Ynski var: - At lýsa teir møguleikar og tær treytir eldri fólk í Føroyum hava fyri einum góðum lívi í eldri árum - At lýsa hvørji átøk kunnu

Føddur undir Hitler, vaksin upp undir Stalin

"Okkara maður" í Sandoynni fyllir runt. Sigmund verður 75. Vit dokumentera, at sjónvarpstíðindini vóru fupp. Úr Syðrugøtu til Aberdeen

hægri útbúgvingartilboð í Føroyum er tað møguligt? Hannes Gislason, Prof., PhD., deildarleiðari, Náttúruvísindadeildin

Kanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum

Transkript:

Nr. 5 aug. 2010 63. árið Kirkjuligt Missiónsblað AVBJÓÐINGAR Í MISSIÓNSARBEIÐNUM Jesus kallaði lærusveinarnar til at boða evangeliið um allan heimin. Fólk mugu hoyra, at Jesus er vegurin, sannleikin og lívið. Bara við trúgv á hann, kunnu menniskju verða frelst og eiga sína framtíð hjá Gudi í himli. Tí er onki meira umráðandi enn tað, at menniskju hoyra gleðiboðskapin og koma til trúgv. Júst hetta, at menniskju mugu koma til trúgv og verða varðveitt í trúnni, ynskir Kirkjuligt Missiónsfelag at arbeiða fyri. Í summar gjørdist eg liðugur at lesa gudfrøði. Áðrenn eg varð liðugur, skrivaði eg høvuðsuppgávu um, hvørjar avbjóðingar kirkjur og missiónsfeløg fara at standa yvirfyri í 21. øld. Fyri at kunna svara hesum spurningi, var tað neyðugt at kanna, hvussu kristindómurin hevur breitt seg út um heimin til í dag. Eg fari nevna heimspartarnar heilt stutt. Evropa Í ár 1900 búðu 66 % av øllum teimum, sum kallaðu seg kristin, í Evropa. Í dag er hetta talið minni enn 25 %. Í 2007 kallaðu 531 mió. seg kristin í Evropa, men nógv av hesum kunnu kallast mentunarkristin. Bert Gud sær okkara hjørtu. Um vit hava eina livandi trúgv á Jesus sum okkara Harra og Frelsara, veit bert hann. Tó kunnu vit, tá vit kanna kristindómin, bert telja, hvussu nógv kalla seg kristin, men ikki hvussu nógv eiga eina livandi trúgv. Í Evropa hava vit nógvar fólkakirkjur, sum eru sera stórar, men hóast menniskju eru limir í kirkjuni, so spælir trúgvin bert lítan ella mest sum ongan leiklut í teirra lívi. Til dømis eru 82,1 % av øllum dønum limir í donsku fólkakirkjuni, men undir 1 % fara í kirkju javnan og 43 % fara

ongantíð í kirkju. Ja, 10 % av limunum trúgva ikki, at Jesus er ein søguligur persónur. Vit hava sostatt í Evropa nógv mentunarkristin, men kristindómurin spælir ongan týðandi leiklut hjá teimum flestu. Afrika Kristindómurin er elligamal í Afrika. Í ríkinum Axum, í núverandi Etiopia, bleiv kristindómurin statsreligión í ár 330 og koptiska kirkjan í Egyptalandi hevur røtur aftur til apostulin Markus. Tó fullu nógv kristin lond undir islam í 8. øld og aftaná. Tó hava veldigar vekingar tikið seg fram seinastu 100 árini og 40 % av fólkinum í Afrika hava skift frá siðbudnari religión til kristindómin. Tó eru nógv flest kristin sunnan fyri Sahara, meðan islam hevur meirilutan í Norðurafrika og framvið eysturstrondini. Næstan helvtin, ella 389 milliónir afrikanarar, roknaðu seg sum kristin í 2005. Asia Asia hevur líka sum Afrika eina langa kristna søga. Í ár 1000 búðu fleiri kristin eystan fyri Damaskus enn vestanfyri. Í India eru í dag 2,3 % kristin ella uml. 25 mió. og Kina hevur millum 50 og 100 mió. kristin. Í Suðurkorea vóru 300.000 kristin í 1920. Í dag eru 12 mió. ella 25 % av fólkinum kristin. Suðurkorea er í dag tað landið, ið sendir næstflest trúboðarar út uml. 12.000 bert USA sendir fleiri. Samlað eru 344 mió. kristin í Asia út av 4 mia. fólkum. Norðuramerika Hóast Norðuramerika hevur upplivað sama vøkstur í búskapi og ríkidømi sum Evropa, so er kristindómurin ikki minkaður á sama hátt sum í Evropa. 71 % av øllum amerikanarum siga seg onga løtu hava ivast í, at Gud er til, og meiri enn helvtin fara regluliga í kirkju. Eisini koma nógvir tilflytarar til trúgv í USA. Sostatt var talið á kinesiskum samkomum 66 í 1950. Nú eru yvir 1000 kinesiskar samkomur og tær gera nógv fyri at fáa fleiri við. Til dømis ringja kirkjurnar til fólk við kinesiskum nøvnum og bjóða teimum við í kirkju. Suðuramerika Hesin heimsparturin rúmar 42 % av øllum katolikkum ella eini 424 mió. fólk. Katólska trúgvin er tó ofta samablandað við ANDAKT Vit eru ljós heimsins Matt. 5,14: Tit eru ljós heimsins. Ikki kann tann staður verða fjaldur, ið er uppi á fjøllum. Hetta er eitt millumting ímillum ein vitnisburð, eina andakt og eina áminning til mín og okkum, kanska serliga til okkum ungu. Vit kenna øll til lyktasteyrar. Hesir lyktasteyrar hava til felags, at teir lýsa okkum vegin, ið vit skulu ganga ella koyra. Men kortini er munur á teimum, summir eru lágir, síðurnar eru væl huldar og tí lýsa teir bara beint niður. Aðrir eru høgir, fríir og lýsa langan veg. Fyri at tú og eg kunnu fáa gleði av hesum lágu steyrunum, muga vit standa beint undur teimum ella nærhendis. Men við teimum stóru steyrunum er øðrvísi, teir lýsa langan veg og tí fáa øll, sum nærkast teimum, gleði av teimum. Hvussu er við tær? Hvør av hesum steyrum ert tú? Muga fólk kenna teg heilt væl, um tey skulu vita, at tú ert trúgvandi, ella ert tú sum tann stóri og fríi steyrin, ið lýsir langan veg? Henda spurning havi eg hugsað um í seinastuni. Eru mínir floksfelagar/ arbeiðsfelagar greiðir yvir, at eg eri ein trúgvandi? Kann tað henda, tá eg um 2 ár eri liðugur við skúlan, at floksfelagar mínir spyrja meg: Ert tú ein trúgvandi?, hví bjóðaði tú okkum ongantíð við á andakt? Í hesa støðu eru tað fá av okkum, sum ynskja seg í. Tí er tað sera umráðandi, at vit vísa, hvat vit standa fyri og hvat vit trúgva á, ikki minst nú skúlarnir júst eru byrjaðir aftur og vit koma í samband við nógv nýggj fólk, sum vit ikki kenna og sum møguliga hava somu sjónarmið sum vit. Vit kenna øll sangin frá sunnudagsskúlanum: Gud vil, eg skal vera eitt sólskinsbarn, og lýsa fyri hann hvønn dag í heimi, í skúla, í hvørjum stað, eg komi í ferðalag. Niels Juel Arge (y) 2 Nr. 5 aug. 2010 63. árið

formar fyri yvirtrúgv. Tó hava protestantiskar samkomur tikið seg upp seinastu 100 árini og í dag eru 60 70 mió. protestantar í Suðurameriku. 10-40 vindeyga og Evropa Størsta avbjóðingin fyri kristnari missión er sostatt Europa og tað sokallaða 10-40 vindeyga. Hetta er eitt øki millum 10 og 40 stig norður. Har búgva sera nógv fólk og har eru tey, sum hava hoyrt minst. Serliga muslimsk lond hava sera sera fá kristin. Hvussu verður arbeitt í dag? Yvir 60 % av øllum kristnum búgva í Asia, Afrika og Suðuramerika. Hvussu skulu vit hugsa um missiónsarbeiðið í framtíðini? Næsta mynd vísir hvussu arbeitt verður ídag. 33 % hava hoyrt nógv/eru kristin og 80 % av trúboðarum arbeiða millum tey. 33 % hava hoyrt nakað og 17,5 % av trúboðarunum arbeiða millum tey. 33 % hava onki hoyrt 2,5 % av trúboðarunum arbeiða millum tey. Avbjóðingarnar í missiónsarbeiðinum og tað, at mest verður gjørt millum fólk, ið longu hava hoyrt kristindómin boðaðan hevur við sær, at KMF, í samstarv við Luthersk Missión i Danmark, ynskir at byrja arbeiði millum tey fólkini, ið hava hoyrt minst. Í hesum sambandi var eg og umboð fyri Luthersk Missión ein túr í Turkalandi fyri at kanna møguleikar fyri missión har. Turkaland er eitt muslimskt land. Har búgva um 75 mió. fólk. Næstan øll eru muslimar og bert 3000-4000 eru evangeliskt kristin. Vit vitjaðu millum annað eina altjóða kirkju í Istanbul. Mike Blatt er prestur har og vit prátaðu við hann. Hann segði millum annað, at tað var í lagi at hava kirkju fyri innflytarar, men ikki fyri turkarar. Tó gjørdi kirkjan nógv fyri at røkka út til tað turkiska fólkið. Hann hevur skrivstovu í kirkjuni, har hann tosar við fólk og gevur bíbliur. Har koma 5 20 vitjandi um dagin. Muslimar, sum eru áhugaðir í kristindóminum, leita eftir Jesusi í kirkjuni líka sum teir søkja Allah í moskuni. So bara tað at hava eina kirkju, gevur ríkar møguleikar fyri at vitna um Jesus. 3 Bible correspondance course (bcc) Vit vitjaðu eisini bcc. Tað er eitt arbeiði, har lýst verður í bløðum og á netinum, at fólk kunnu fáa bíbliur og kristnan lesna fyri einki. Eisini er telefonvirksemi, har fólk kunnu ringja við spurningum. Seinastu 10 árini hava 200.000 turkar ynskt at fáa bíbliur og 50 % av øllum kristnum turkum eru komnir til trúgv gjøgnum hetta arbeiðið. Bcc setur fólk í samband við kirkjur har tey búgva um ein kirkja er har. Virksemið hjá Mike Blatt og bcc verður góðtikið í Turkalandi, men meir beinleiðis missión gevur trupulleikar. Til dømis eru trúboðarar koyrdir úr landinum fyri at geva fólkum traktatir á gøtuni og gera meir sjónligt trúboðaravirksemi.

Kirkjuligt Missiónsblað familjan, sum leiðir eina hússamkomu í Kappadokya. Tað var sera áhugavert at hitta øll hesi fólkini og hoyra um, hvussu fólk arbeiða í einum landi, har man má fara sera varliga fram. Á leguni var eisini ein maður, sum var sendur frá turkisku stjørnuni, ið eygleiddi alt, sum fór fram á leguni. Hetta hevði við sær, at vit alla tíðina skuldu ansa eftir, hvat vit gjørdu og kastaði ein skugga yvir leguna. Á leguni var eisini einkjan Susan Geske. Hon og maðurin vóru trúboðarar í býnum Malatya, men í 2007 bleiv hann dripin vegna sítt virksemi har. Tað var tó ein ómetaligur stórur vitnisburður at tosa við hana, og hon arbeiðir framvegis í býnum, har maðurin læt lív. Samanumtikið hevur Turkaland ikki verið so opið fyri missión seinastu 1300 árini, sum tað er júst nú. Tó er arbeiðið har øðrvísi enn nógva aðrastaðni, tí virksemið má fara fram minni alment enn aðrastaðni, sum KMF arbeiðir. Til dømis verður heitið missionary ella trúboðari ikki brúkt, og fólk verða bert umrødd sum workers ella arbeiðsfólk. Tó eru møguleikar fyri missiónsvirksemi til staðar, og vit biðja Gud um, at hann má vísa KMF vegin fram viðvíkjandi arbeiðnum í Turkalandi. Takk fyri forbøn! Kucak í kappadokya Aftan á túrin í Istanbul fóru vit eystur til Kappadokya. Har vóru vit við á eini barnalegu. Har var lovsangur, spøl, drama og útferðir. Vit sóu millum annað nógvar gamlar kirkjur, sum vitna um, at Turkaland einaferð var eitt kristi land. Tó vóru nógvar kirkjur oyðilagdar og málaríir og annað sera illa farið vegna herverk. Á leguni fingu vit høvi at tosa vit nógvar trúboðarar. Har var Harriett, sum hevur virkað nógv ár í Ankara, men nú hevur byrjað eina samkomu fyri turkar í Hollandi. Har var David úr Týsklandi, sum arbeiðir sum timburmaður í Turkalandi, men brúkti sína frítíð at virka sum trúboðari og Moss4 Silas K.K. Olofson Nr. 5 aug. 2010 63. árið

Vælkomin heim! Peter og jeg landede en dejlig sommeraften i Kastrup lufthavn og min bror tog imod os. Vi var kommet hjem til familie og venner på to måneders orlov og Peters mor fejrede sin 80 års fødselsdag. Det var godt at kunne være med. Og vi følte os også hjemme i menigheden i Kingo Sogn på Nørrebro, selv om det nu var 21 år siden, vi var rejst derfra. Efter nogle dage i Danmark tog vi videre til Færøerne. I det øjeblik flyet landede i Vágar hørte vi stewardessen sige på dansk: Velkommen til Færøerne, men på færøsk sagde hun: Vælkomin heim. Og sådan følte vi det også: Vi var kommet hjem. Peter, Lina og jeg var rejst op sammen med Silas, som havde været på ungdomslejr i Tyrkiet. Og nu blev vi modtaget af vores svigerdatter, Julianna, med smil, knus og klem. Vi kørte gennem det smukkeste og grønneste færøske landskab. Det tager næsten vejret fra én, når man ikke har set det i lang tid. Vi besøgte familie og venner, vi var i kirke og vi fortalte fra arbejdet i Tanzania i Emmaus og i missionshuset på Landevejen. Og følelsen af at være kommet hjem voksede for hver dag. Om nogle uger er ferien forbi og så tager vi hjem til Sumbawanga, til arbejdet på bibelskolen og det teologiske seminarium. Alt det her minder mig om en dag for et par år siden, hvor jeg blev akut indlagt på Rigshospitalet. Peter og jeg havde haft en samtale med lægen, som sagde, at der var noget han ikke forstod. For vi havde sagt, at vi lige var kommet hjem til Danmark, men at jeg havde været hjemme på Færøerne et skoleår, men at vi nu skulle hjem til Tanzania igen. Lægen kunne af gode grunde ikke finde ud af, hvor vi hørte hjemme. Så vi måtte forklare det tydeligere. Bagefter, da Peter og jeg var alene, talte vi videre om det med at være hjemme mange steder. Der er sikkert mange missionærer, der har det som os: Vi er hjemme dér, hvor vi er kaldet til at arbejde for Guds riges sag, men vi føler os også hjemme i Danmark, hvor vi har haft vores barndom og ungdom. Men det var efter 15 år, hvor vores hjem havde været på Færøerne, at vi fra Christianskirken i Klaksvig blev sendt til Tanzania af KMF og LM. Og lige nu er vi altså hjemme i Klaksvig. Meget er som det plejer at være. Men der er også sket forandringer både blandt Guds folk 5

og i samfundet. F.eks. er nogle af de unge blevet gift og andre har fået børn. Og nogle har Jesus taget hjem til sig. Anna og jeg lå dør om dør på sygehuset i Klaksvík, indtil jeg blev overflyttet til Rigshospitalet dengang for to år siden. Og da vi tog afsked vidste vi begge to, at det var sidste gang vi skulle ses på denne jord. Og i dag er det ikke den samme som sidder ved orgelet i kirken og i Emmaus, som da vi sidst rejste til Tanzania. Andre har taget over. Og de skal have tak for, at de har taget den tjeneste på sig, som Hjørleif til stor velsignelse for os andre havde røgtet i årevis. Og Bjartis tale og vidnedsbyrd er forstummet. Men jeg kan for mit indre øre høre ham udtrykke sin glæde over de små barnehænder, der folder sig i bøn, fordi unge forældre også i dag viser deres børn den vej. Og det får mig til også at tænke på lille Ró, der glædede os alle hver søndag, når hun lå i sin vogn eller sad på Gertruds skød og smilede med udtryksfulde øjne. Det giver et stik i hjertet, når man tænker på dem, der ikke er iblandt os mere. Jeg savner dem, men glæder mig over, at det kun er for en stund, vi skal undvære hinanden. Siden skal vi ses for ikke mere at skilles. Og da er vi virkelig kommet hjem. Hjem til Jesus. Heima í himli fer eingin at gráta, Harrin skal turka av eygum hvørt tár. Heima í himli fer eingin at syrgja, deyðin er horvin, og lekt eru sár. Her verður frøi, ja, her verður frøi, tí at tey frelstu øll náddu í havn! Her verður frøi, ja, her verður frøi! Skarin skal lovprísa frelsarans navn! Når vi tager afsked med nogen i Tanzania plejer Peter at sige: Tutaonana duniani au mbinguni. Det betyder: Vi vil ses igen på denne jord eller i himlen. Trøsten i Peters ord er det eneste der holder, når vi skal tage afsked med hinanden. Gud være lovet for at han i sit ord har givet os et levende håb ved Jesu opstandelse fra de døde. Nýggir haldarar Eg ynski at halda Kirkjuligt Missiónsblað. Navn: Bústaður: Postnr. og bygd/býur: Undirskrift: At senda til: Kirkjuligt Missiónsblað, Undir Klakki 39, FO-700 Klaksvík 6 Nr. 5 aug. 2010 63. árið

1. Á himni gyltur staður er, har Harrin Jesus býr; har einglaskarin einaferð vil fagna tí, sum trýr: Vælkomin heim! Glaðir syngja teir. Ja, einglar tá standa á himmalsins strond og syngja fagnaðarsong. Vælkomin heim! 2. Og hvør ein sál, sum vegin fann, til gylta staðin bar, á fold hitt góða stríðið vann, ta somu heilsan fær: Vælkomin heim! 3. Tey stigu her í Jesu spor og bóru kross við treyst, har heilsar teimum einglakór við lovsongs sterku reyst: Vælkomin heim! 4. Har syngja honum tey ein sang, sum her tey hildu av, til æru fyri frelsaran, sum teimum lívið gav: Vælkomin heim! 5. Av náði hjálp tú okkum, Gud, at savnast øll hjá tær, í fagnaðarsongi eiga lut, sum einglar syngja har: Vælkomin heim! Kærlig hilsen Anne-Lene Olofson 7

50 ár síðani Elsa Jacobsen fór út til Etiopia sum kristniboðari Í juli vóru 50 ár liðin, síðan Elsa Jacobsen varð vígd til at fara út sum kristniboðari til Etiopia. Vígslan fór fram í gomlu kirkjuni í Klaksvík. Í Kirkjuliga Missións-blaðnum frá august 1960 stendur soleiðis at lesa um vígsluna: Vígslan av Elsu Jacobsen sum kristniboðara til Etiopiu fór fram í kirkjuni kl. 4. Kirkjuklokkan kallaði fólkið saman eins og til vanliga gudstænastu, og deknurin bað inngangsbøn. Johan Nielsen prestur í Klaksvík var fyri altarinum. Aftan á at sungið var: Lat hurðar upp, ger borglið breið og Hesin er dagur, Gud hevur sett talaði formaðurin fyri Kirkjuliga Missiónsfelagnum, Alfred Petersen, trúboðari, út frá Matt. 13,31-32, um sinopskornið og ta kraft, sum í tí er. Og nú varð sungið: O Jesus, gev títt halga orð seg út um heimin breiðir, og tá talaði Johan Nielsen prestur út frá Jes. 49,15-16 og segði: Hetta orðið vil eg geva tær við á tíni ferð. Og síðani talaði Petur Petersen prestur út frá Áps. 21,17-19 um gleðina, tey høvdu saman, tey sum verða send, og tey, ið senda ein. Arbeið, tí náttin kemur varð nú sungin, og so fóru prestarnir inn um knæfallið, og samstundis fór Elsa Jacobsen fram á kórsgáttina, og saman við henni teir fýra, ið skuldu lesa upp av hini heilagu skrift. Hetta er eitt lið í sjálvari vígsluni.tá ið skrift-lesnaðurin var liðugur, vendi hon, ið vígast skuldi, sær móti altarinum. Sum stýrislimur og prestur framdi Petur Petersen vígsluna og soleiðis varð farið fram: Vígslupresturin las nú upp kallsbrævið hjá Elsu Jacobsen, og síðani varð hon spurd fimm spurningar, sum hon svaraði uppá. Nú knelaði Elsa Jacobsen niður við knæfallið, og meðan kirkjufólkið reisti seg, løgdu fýra leikmenn og báðir prestarnir hendur á høvur hennara, ið vígast skuldi, og vígslupresturin mælti: Sum prestur í kirkju okkara og stýrislimur fyri Kirkjuliga Missiónsfelagnum skal eg í samsvar við játtan tína og tað lyfti, tú nú hevur givið, víga teg í navni faðirsins, sonarins og heilaga andans til ta tænastu, sum Gud hevur kallað teg til, og sum samsvarar við títt kalsbræv. Og Faðir vár varð biðið. Stór og hátíðarlig var henda løta ein søgulig hending í kirkjusøgu okkara, tá ið prestar og leikfólk góvu Elsu Jacobsen samfundshond sum kristniboðara framman fyri altarinum í hesum gudshúsi okkara her í Klaksvík. Sungið var nú: Tín sak, o 8 Nr. 5 aug. 2010 63. árið

Jesus, vera skal mín størsti dýrdleiki. Og Elsa Jacobsen kristni-boði talaði so út frá Joh. 15,16 og dvøldi serliga við kall sítt og arbeiðið, sum lá fyri framman og heitti á fólkið í Føroyum at styðja seg bæði við bøn og á annan hátt. Sungið var nú: Gev allar tínar leiðir, og kollekt varð upptikin fyri føroysku heidningamissiónina, og komu inn 2.562,47 kr. Henda hátíðarliga útsendingargudstænasta endaði við, at Petur Petersen prestur frá altarinum bar bøn fram fyri Gud og lýsti Guds signing yvir fólkið. Sálmurin Jesus til várt sálagan varð so sungin, deknurin bað útgangsbøn, og meðan ljóðið frá kirkjuklokkuni helt á við at svara aftur millum Háfjall og Kjølin, fór hvør heim til sín við tøkk til Gud í hjarta sínum. 5. september 1960 fór Elsa so við báti til Keypmanna-havnar kom fram 9. september. Haðani fór hon við flogfari úr Kastrup til Addis Abeba og 13. september kom telegram til Føroya, at hon var komin væl fram til Etiopia. Í samband við, at 50 ár eru liðin, ynskir stýrið í Kirkjuliga Missiónsfelag-num, at takka Elsu Jaconsem fyri drúgva og ríka tænastu og Guds ríku signing framyvir. Tann kærleiki Gud hevur víst 1.Tann kærleiki Gud hevur víst, hin størsti eg kann fáa. Til jarðar sendi sonin sín hann syndara vil náa. Gud faðir sá sín egna son Í pínu - synd at bera. Frá honum vendir andlit, tá mín synd skal goldin verða. 2.Sí, mannin har á krossinum við tornakrúnu hongur. Eg skammist, hoyri sjálvan meg: Krossfest hann, himna kongur! Mín synd, Gud hongdi uppá træ, har hann í pínu bløddi. Fullgjørt, tað orðið lív mær gav. mær syndasár hann grøddi. 3.Hvat havi eg at reypa av - mín góðska, alt mítt egna? Nei, Jesus er mín stoltleiki, bert hann kann frelsu megna. Guds kærleika eg undrist á, við veldi hann nú boðar: Mín sonur vann tær rættvísi, teg syndara hann náðar! Stuart Townend Týtt: Jákup á Dalinum 9

Frið við Gud Framhald Jesus hevur uppfylt alla lógina fyri okkum. Hansara fullkomna lív verður tilroknað okkum. Hann livdi eftir Guds vilja. Hann livdi eftir lógini og boðunum. Hann elskaði Harran Gud sín av øllum mátti og næsta sín sum sjálvan seg. Lógin krevur fullkomna rættvísi. Eina syndafría menniskju. Í Jesusi gevur Gud okkum júst tað, sum hann sjálvur krevur av okkum, fyri at vit skulu fáa fyrigeving fyri okkara syndir. Vit fáa Jesu rættvísi, tá ið vit trúgva á hann. Vit verða rættvísgjørd. Men hetta er nakað, sum hendir í himli hjá Gudi. Gud fellir dóm yvir okkum, við tað at hann tilroknar okkum alt tað, sum Jesus hevur gjørt, og frároknar okkum alt tað, sum vit sjálvi eru og hava gjørt. Sælir eru teir, sum hava misbrot síni fyrigivin og syndir sínar huldar. Sælur er maður, sum Harrin ikki tilroknar synd. Rom. 4,7-8 Hetta hendir, tá ið tú setur títt álit á Jesus trýrt á hann. Evangeliið ber tær boðini, at Jesus hevur keypt teg leysan frá øllum, tú ert og hevur gjørt. Og meiri enn tað. Jesus hevur uppfylt tey krøvini, sum tú átti at uppfylla, ja, uppfylt júst tað, sum Gud krevur av tær. Og hetta ger hann fyri einki. Tey verða rættvísgjørd fyri einki av náði hansara við endurloysingini, sum er í Kristi Jesusi. Rom. 3,24 Syndanna fyrigeving er ikki løn aftur fyri, at tú ert broyttur. Tú fært heldur ikki syndanna fyrigeving fyri, at tú hevur játtað tína synd fyri Gudi. Nei, tú fært syndanna fyrigeving við at taka ímóti tí, sum evangeliið boðar tær. Við at trúgva tí og hava álit á, at tað er satt. Hetta er helst tann torførasti parturin av kristindóminum. Vit hugsa sum vanligt, at vit skulu gera nakað, fyri at fáa nakað 10 aftur. Eg arbeiði, so fái eg løn. Eg dugi væl at spæla innandura, tí veri eg biðin aftur. Vit hugsa, at vit fáa sambært tí vit eru ella gera. Á sama hátt, tá ið tað kemur til tað andaliga. Eg má gera nakað, fyri at blíva frelstur. Okkurt má eg gera, fyri at fáa lut í Guds náði og fyrigeving. Men soleiðis er tað ikki. Tað, sum tú eigur at vera og gera sum kristin, kemur sum avleiðing av, at tú trýrt á Jesus. Her er stórur munur. Tað er so lætt hjá okkum at blanda hetta saman. Vit gera avleiðingarnar av at trúgva til treytir fyri at blíva frelstur og trúgva. Lógin megnar bara at skapa syndaneyð. Tí kunnu vit ikki siga, at vit mugu halda lógina fyri at blíva frelst. Men tá vit eru frelst, liva vit eftir Guds vilja, tí vit eru frelst. Ella við øðrum orðum: Tú ert líðin móti Jesusi, tí tú ert í hansara ríki. Ikki fyri at koma inn í tað. Eg eri víntræið, tit eru Nr. 5 aug. 2010 63. árið

greinarnar; tann, sum verður í mær og eg í honum, hann ber miklan ávøkst, tí at uttan meg kunnu tit als einki gera. Jóh. 15,5 Jesus lovar okkum her, at tey sum vera verðandi í honum bera miklan ávøkst. Tú, sum trýrt á Jesus, bert miklan ávøkst. Tað er Guds verk og ikki títt. Tað er træið sum fær greinarnar at bera frukt. Greinarnar fáa onki gjørt av sær sjálvum. Tá vit leita okkum til Jesus tá vit fáa kraft frá honum so bera vit miklan ávøkst. Her er onki við, at vit skulu taka okkum saman. Hetta er Guds verk í okkum. Tá vit halda okkum til Jesus, so fáa vit alt sum skal til, bæði hvat viðvíkur lívinum her á jørð og tað æviga lívið í Paradís. At enda vil eg vísa á, at fruktir eru ikki altíð nakað vit síggja sjálvi. Ofta eru fruktirnar væl fjaldar. Vit kunnu lætt samanbera okkum við onnur og føla okkum vánalig, tí hini kunnu vísa á fruktir og góð úrslit, meðan vit mestsum bara standa í stað. Til hetta er at siga, at fruktin er Guds verk og bara hann sær fruktina, sum hon er. Líka sum vit trúgva orðinum um, at Jesus er deyður okkara vegna og hevur tikið okkara synd á seg, so mugu vit eisini trúgva, at vit bera frukt, tá vit vera verðandi í honum. Fruktin kann ikki metast út fra tí, sum heimurin metir. Í Opb. 3,7-13 møta vit samkomuna í Filadelfia. Hetta er ein samkoma, sum hevur lítlan mátt (v. 8). Hendan samkoman sær ikki út av nøkrum í heimsins eygum. Kanska bert fá fólk koma í samkomuni. Kanska dugir ongin at spæla til felagssangin. Kanska hava tey ikki upplivað nakra veking leingi. Men hóast heimurin metir hesa samkomu sum veika og neyðarsliga, so livir hon. Hon hevur varðveitt Guds orð og ikki avnoktað Jesu 11 navn. Hon hevur tolin livað við áliti á Guds orði, hóast hon ikki hevur sæð veldigar vekingar ella aðra sjónliga frukt. Og enn meir hugvekjandi er tað, at tey í samkomuni, sum sýnast veik, verða ámint um at halda fast. Eg komi skjótt; halt tí fast, tú sum hevur, fyri at eingin skal taka krúnu tína! (v. 11) Jesus sigur ikki, at samkoman má taka seg sama og gera meir fyri at fáa fólk at koma. Tey skulu ikki gera samkomuna meir innbjóðandi fyri heimin. Nei, tey vera ámint um at gera tað, sum tey gera. Tey skulu halda fast við Orðið. Halda fast við tað, sum sýnist veikt, men sum er Guds kraft til frelsu. Silas K.K. Olofson

Bønin hjá Premvati Nýtt frá KMF Sum áður hevur verið at lisið í KMF-blaðnum, hevur Norea Radio stóran tørv á gávum fyri at kunna halda fram við útvarpsendingunum í Asia. Hetta er arbeiði, ið røkkur út til nógv fólk, sum ikki hava nógvar aðrar møguleikar at hoyra gleðiboðskapin. Stýrið í KMF hevur avgjørt at hækka stuðulin til Norea Radio, soleiðis at latið verður 100.000 kr um árið næstu trý árini. Ársmøtið verður í døgunum 23. til 26. september í Emmaus í Klaksvík. Høvuðstalari verður Skúli Svavarsson úr Íslandi. Hann er fyrrverðandi trúboðari í Etiopia. Hjartaliga vælkomin. Skráin verður skjótt at síggja á heimasíðuni hjá kmf www.kmf.fo. KMF hevur fingið umsókn frá Peter og Anne- Lene Olofson um stuðul til at bøta um bíbliuskúlan í Sumbawanga. KMF hevur játtað 100.000 kr til hetta arbeiðið, sum hevur við sær, at Egil Joensen og Silas Olofson fara til Tanzania at gera ymiskt timburarbeiði frá desember 2010 til februar 2011. Takk fyri forbøn og stuðul. Stýrið Tíggju ára gamla Premvati stóð á áarbakkanum og stardi við sínum táravættu eygum inn í eldin, sum var um at sløkna. Í dag hevði hon fylgt pápa sínum til gravar, og tað var ikki so langt síðani, at mamma hennara doyði. Nú stóð hon eftir heilt einsamøll, og maðurin, sum hevði tendrað bálið í sambandi við jarðarferðina, var langt síðani farin heim. Hon hevði ongan hug at fara heim, men tá ið bálið var um at sløkna, og sólin fór niður, føldi hon seg so kalda og fór grátandi til hús. Húsið, sum stóð til at rapa, høvdu foreldrini leigað frá høvdinganum í bygdini. Í eini leirkrukku fann hon nøkur korn og mól tey á kvørnini til mjøl. Mjølið blandaði hon við vatni, gjørdi sær tvær køkur og bakaði tær uppi yvir eldinum. Tá ið tær vórðu lidnar, át hon tær og sveipaði seg so inn í eitt tunt og slitið bummulsteppi og royndi at sova. Tíðliga morgunin eftir rópti høvdingin eftir henni og bað hana koma út. Hann segði henni, at hon mátti flyta út úr húsunum, um hon ikki kundi gjalda fyri leiguna. Premvati svaraði honum ikki, men fór inn í húsini, koyrdi kornini, sum eftir vóru, í eitt knýti, tók eisini tað slitna teppið við sær og rýmdi úr bygdini. Nakrar dagar seinni kom hon til grannabýin. Tá var hon gorhungrað og bangin. Hon hevði sovið nakrar nætur úti í skóginum, og tað var óhugnaligt, tí hon hoyrdi alla tíðina tey villu djórini og var bangin fyri, at tey skuldu loypa á hana, og so hevði hon mest sum onki funnið til matna har úti. Tað einasta hon nú kundi gera var at bidda. Hon fann eina dós á vegnum og fór yvir til ein kornseljara at vita, um hon kundi fáa eitt sindur korni frá honum, men hann bað hana sleppa sær burtur og ikki vísa seg aftur. Tá gjørdist hon bangin og rann við ferð yvir um vegin. Ein klænur drongur rópti eftir henni, og hon fór yvir til 12 Nr. 5 aug. 2010 63. árið

hansara. Hann gav henni nøkur korn og segði, at hann skjótt kundi bidda sær fleiri, tí hann sá so illa út, at fólk tóku synd í honum og góvu honum korn í dósina. Premvati knústi kornini millum nakrar steinar, blandaði mjølið við vatni og át deiggið, sum kom væl við, tí at hon var so svong. Knappliga sá hon eitt tempul longur niðri á vegnum. Hon hevði verið nakrar ferðir í templinum í heimbygdini saman við foreldrunum og hugsaði, at hon kanska kundi finna troyst har. Hon fór niðan gjøgnum tær breiðu trappurnar og steðgaði í durunum. Innanfyri sá hon nógvar gudamyndir, men fór ikki yvir til teirra. Har kom ein prestur yvir til hennara og spurdi, hvønn Gud hon ætlaði at tilbiðja. Tað visti Premvati ikki. Hann vísti henni á ein, men hann vildi hon ikki biðja til, tí hon helt, at hann sá so óður og óhugnaligur út. Presturin spurdi hana síðani eitt sindur ótolin, hví hon var komin inn í templið. Hon segði, at hon var komin fyri at fáa hjálp. So spurdi hann, hvar hennara offurgáva var. Premvati svaraði, at hon hevði onga, tí hon átti onki. Presturin segði við hana, at so hevði hon onki at gera í templinum, tí um hon vildi stíga fram fyri gudarnar, so mátti hon eisini ofra. Men so gav hann henni ein møguleika, at hon kundi tilbiðja ein gud, og síðani lova honum fyrsta silvurmyntin, sum hon fekk. Premvati vendi sær frá gudamyndunum og út á trappuna. Hon hugdi upp til himmals og rópti á Guð um at hjálpa sær og lovaði honum, at hann skuldi fáa fyrsta silvurmyntin, sum hon fekk hendur á. Presturin gjørdist forvitin og vildi vita, hvønn gud tað var, sum Premvati hevði biðið til, men hon hugdi bert upp á hann og skundaði sær avstað. Næstu tímarnar gekk hon bert runt og válaði í býnum, men so sá hon eina hvíta konu í stórum hatti sita í einum vogni. Hon hevði ongantíð fyrr sæð eina hvíta kvinnu og heldur ikki ein so stóran hatt. Hon fór yvir til hennara, og tann hvíta konan smíltist til hennara. Hon segði konuni frá lívi sínum, og konan spurdi hana, um hon ikki hevði hug at koma heim við sær, tí har hon búði vóru nógvar gentur á hennara aldri, sum hon kundi búgva saman við. Premvati kom á barnaheimið á Missiónsstøðini, og har føldi hon seg skjótt sum heima og treivst væl. Saman við hinum gentunum fór hon í sunnudagsskúla og í kirkju. Har lærdi hon um tann Guð, sum hon hevði biðið til á tempultrappuni. Hon hevði tað gott á barnaheiminum, fekk bæði mat og klæði og 13

manglaði onki. Eitt kvøldið beyð trúboðarin teimum inn í sítt egna heim, tí hann hevði fingið jólapakkar sendandi haðani hann var ættaður. Genturnar sótu spentar og bíðaði inni í stovuni. Fyrst hoyrdi tær Guðs orð og sungu, og aftaná vóru gávurnar býttar út. Premvati sat spent og bíðaði, men ikki fyrr enn tann síðsta gáva skuldi býtast út, var hennara navn nevnt. Á pakkanum stóð, at henda gávan skuldi gevast eini foreldraleysari gentu. Nógvar av gentunum vóru foreldraleysar, men av tí at Premvati var tann síðsta, sum var komin á heimið, helt trúboðarin, at hon skuldi fáa henda pakkan, og tað vóru hinar genturnar eisini samdar í. Premvati pakkaði gávuna upp, og í henni var ein fimmkróna. Hon lýsti av gleði og segði, at hesa krónu fór hon at geva Guði, tí tað hevði hon lovað honum á tempultrappuni. Trúboðarin segði henni, at tann Guð, sum hon nú trúði á, kundi hon gott biðja til uttan at gjalda afturfyri. Hann var bara glaður fyri at hoyra hennara bønir og vildi heldur enn fegin hjálpa henni. Premvati stóð kortini fast við sítt, men visti ikki, hvussu hon skuldi geva Guði peningin. So spurdi trúboðarin, um hon hevði havt hug at brúkt peningin at keypt nøkur altarljós til kirkjuna. Jú, tað vildi hon fegin, og um kvøldið fylgdust Premvati og trúboðarin til kirkjuna, og hon fekk loyvi at seta ljósini í stakarnar. Aftaná bað hon til Guðs og takkaði fyri alt. Undir gudstænastuni dagin eftir sat Premvati og hugdi at ljósunum, sum skinu so vakurt uppi á altarinum, men hon hoyrdi eisini prædikuna, sum snúði um, tá ið Jesus sigur: Eg eri heimsins ljós. Tann, sum fylgir mær, skal ikki ganga myrkrinum, men hava lívsins ljós. Hon hugsaði um lív sítt. Alt hevði sæð so myrkt og vónleyst út, men síðani hon hevði sett seg í samband við Guð, var alt vorðið so ljóst og vónríkt. Tann lítla foreldraleysa Premvati hevði fingið bønarsvar. Hon hevði fingið meiri enn hon hevði biðið um, ja meiri enn hon dugdi at skilja, tí soleiðis er Guð. Leysliga umsett, Petra Gregersen 14 Nr. 5 aug. 2010 63. árið

BARNASÍÐAN Tjaldtemplið Á Sinai fjalli fekk Móses tey 10 boðini, men Gud bað hann eisini byggja ein halgidóm, tjaldtemplið, og segði honum, hvussu tað skuldi síggja út. Móses gjørdi, sum Gud hevði sagt og gjørdi eitt tjaldtempul, sum var 30 alnir langt, 10 alnir breitt og 10 alnir høgt. Rundan um tjaldið var forgarður og fremst í garðinum eitt altar, har djór skuldu ofrast, so at fólkið kundi fáa syndanna fyrigeving. Longri inni í garðinum var eitt koparker við vatni, men tað skuldi einast nýtast av prestunum og levitunum. Teir skuldu vaska sær um hendurnar og føturnar, áðrenn teir ofraðu djórini á altarinum ella fóru inn í tjaldtemplið. sýnisbreyðunum. Á borðinum lógu 12 breyð á tveimum gullskálum, sum mynd um Ísraels 12 ættir. Nýggj breyð vóru løgd á skálirnar hvønn sabbat, og prestarnir ótu tey gomlu breyðini. Inni í tí allarheilagasta stóð sáttmálaørkin við teimum 10 boðunum, og inn hagar slapp bert høvuðspresturin eina ferð um árið, sáttargerðardagin. Yvir tjaldtemplinum var eitt skýggj, og tá ið tað fór uppfrá, var tað tekin um, at ísraelsfólk skuldi fara víðari, men var tað liggjandi, setti fólkið tjøldini upp aftur rundan um tjaldtemplið, sum altíð stóð í miðjuni. Tjaldið var býtt upp í tvey rúm, tað heilaga og tað allarheilagasta. Mitt inni í tí heilaga stóð roykilsisaltarið. Í sambandi við gudstænasturnar, sum vórðu hildnar hvønn morgun og kvøld, fóru prestarnir inn í tjaldtemplið, og høvuðspresturin tendraði roykilsi á altarinum, og aftaná kom hann út aftur og vælsignaði fólkið. Til vinstru í tí heilaga stóð hin sjeyarmaði ljósastakin, sum lýsti alla tíðina, og til høgru stóð borðið við 15

Tjaldtemplið Umbróting: Brandur Petersen Prent: Estra Ábyrgd: Silas K.K. Olofson Útgevari: Kirkjuliga Missiónsfelagið Undir Klakki 39 FO-700 Klaksvík Tlf.: 286968 T-postur: kmf@kmf.fo Heimasíða: www.kmf.fo Konta: 9181-495.337.3 Kirkjuligt Missiónsblað kemur út 8 ferðir um árið ( feb, mar, mai, jun, aug, sep, nov, og des) Haldaragjald: kr. 150,- 16 Nr. 5 aug. 2010 63. árið