Starvsfólkasáttmáli

Relaterede dokumenter
Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging

Sáttmáli millum Føroya Tekniska Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið um arbeiðstíð og yvirtíð

forbindelse med både ansættelse, ændring i ansættelsesforhold og ved afslutning af ansættelsen.

Under arbejdet med kunngerðini er jeg blevet opmærksom på 3 områder i loven, jeg mener vi lige må tænke over en ekstra gang.

Sagsøgeren har påstået sagsøgte dømt til at betale kr. med procesrente fra den 26. juni 2003, subsidiært procesrente fra den 22. april 2008.

Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland

Januar Almennar tryggingartreytir

Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding av elinnleggjarum

Løgtingsmál nr. xx/2008: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tænastumenn landsins. Uppskot. til

OVERENSKOMST FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ FARMAKONOMFORENINGEN MELLEM

Liðugfráboðan til eftirlits av Brunaávaringarskipan

Almannastovan. Almannastovan. Skjal 11. Dagur J. nr I. Almanna- & Heilsumálastýrið Fyrisitingardeildin Eirargarður Tórshavn

Heilsu- og innlendismálaráðið

Felagslívstrygging. fyri limir í Føroya Fiskimannafelag. Havnar Arbeiðsmannafelag Føroya Arbeiðarafelag. Felagslívstrygging

Føroya Arbeiðarafelag Felagslívstrygging

SÁTTMÁLI MILLUM FARMAKONOMFORENINGEN OG FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ

Álit við tilmæli um samsýning og eftirløn til løgtingslimir

Almennar tryggingartreytir fyri P/F Tryggingarfelagið Lív

Havnar Arbeiðsmannafelag Føroya Arbeiðarafelag Felagslívstrygging. Havnar Arbeiðsmannafelag Føroya Arbeiðarafelag Felagslívstrygging

Givið út 30. mai 2017

Gamlar myndir úr Norðuroyggjum

Frágreiðing frá arbeiðsbólki, ið skal lýsa hvørji átøk kunnu gerast til tess at fyribyrgja at borgarar enda uttanfyri arbeiðsmarknaðin

Orðið eigur í føroyskari felagsverklóg 1

Føroya Arbeiðarafelag. Havnar Arbeiðsmannafelag. Felagslívstrygging. Havnar Arbeiðsmannafelag. Føroya Arbeiðarafelag. Felagslívstrygging

Konference om affald på havet

Grannskoðaraeftirlitið. fghjklæøzxcvbnmqwertyuiopåasdfghj. Ársfrágreiðing og 2010

Álit um stýrisskipanarviðurskifti Føroya

- Webundersøgelse, Fólkaskúlaráðið, oktober Fólkaskúlaráðið. Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på

Málsgongd Við skrivi, dagfest 12. desember 2008, sendi Mentamálaráðið soljóðandi uppsøgn til klagaran:

ARBEIÐSMARKNAÐUR ANNO 2005

Viðvíkjandi: P/f Tryggingarfelag Føroyar yvitekur virkisøkið frá P/f Trygd

Løgtingið Tórshavn, tann 9.juni 2015 J.nr.: 12/ Løgtingsmál nr. / 2015: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar søloven

Vegleiðing at dagføra GPS-kort. Tillukku við tínum keypi av GPS-korti. Kortið fevnir um Føroyar.

Bygnaðarbroytingar, tænastumenn og grundgevingar

Dátueftirlitið Tinganes - Postboks Tórshavn Telefonnr:

Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar

DOM. Under denne sag, der er anlagt den 16. august 2010, har sagsøgerne, A, B, C, D, E, F, H, I, J og K, nedlagt påstand om:

Námsferð 25. mai 5. juni 2017

Læknavaktin Mannagongd 2014

Bakstøði Ynski var: - At lýsa teir møguleikar og tær treytir eldri fólk í Føroyum hava fyri einum góðum lívi í eldri árum - At lýsa hvørji átøk kunnu

Mikudagin TANN 15. apríl verður ráðstevna á Hotel Føroyum um multiresistentar bakteriur og antibiotikaresistens

Løgtingsmál nr. xx/2012: Uppskot til løgtingslóg um eftirlønarsamansparing og skatt av eftirløn (Eftirlønarlógin) Uppskot. til

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál

Strongdkanning av limum hjá Starvsmannafelagnum. Gjørd av Fegin Ábyrgdari: Niclas Heri Jákupsson

Kanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum

Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin. Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál. Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess

FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ. Løgtingsmál nr. xxx: Uppskot til løgtingslóg um eftirlønarsamansparing og skatt av eftirløn (Eftirlønarlógin) Uppskot.

LEIÐREGLUR FYRI EMBÆTISFÓLK Í LANDSFYRISITINGINI

Uppskot. til. løgtingslóg um semingsstovn

Kunngerð um stuðul til hoyritól, sum seinast broytt við kunngerð nr. 21 frá 3. apríl 2013

Vinnukærunevndin - avgerðir

ALMANNA- OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ

INNANHÝSIS. Uppskot til. Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af ændringslove til lov om luftfart

Fólkaheilsukanning Hvussu hevur tú tað 2015

Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhvervsdrivende virksomheder, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 43 frá 6.

Fylgiskjøl 2-11 til tilmælið

Løgtingsmál nr. 115/2011: Uppskot til løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin) Uppskot. til. løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin)

Lovbekendtgørelse om offentlig forsorg, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 105 frá 3. november 2016

Grannskoðaraeftirlitið. Grannskoðaraeftirlitið. Ársfrágreiðing. Almannakunngjørd 23. juni 2017

Vaktætlan Vegleiðing í arbeiðsætlan

FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ. Løgtingsmál nr. 170/2010: Uppskot til løgtingslóg um eftirlønarsamansparing og skatt av eftirløn (Eftirlønarskattalógin) Uppskot

hægri útbúgvingartilboð í Føroyum er tað møguligt? Hannes Gislason, Prof., PhD., deildarleiðari, Náttúruvísindadeildin

Transkript:

Starvsfólkasáttmáli 2011-2013 Føroya Arbeiðsgevarafelag og SFS galdandi fyri Sparikassarnar í Føroyum, Eik Banka og Elektron

Innihaldsyvirlit Starvssáttmáli... 4 1. Sáttmálaøkið... 4 2. Setan í starv... 4 3. Flokkingar o.a.... 4 4. Arbeiðstíð... 4 5. Tímaløn... 5 6. Yvirtíð... 5 7. Ávísing av løn... 7 8. Eftirløn og trygging... 7 9. Barnsferð og ættleiðing... 8 10. Sjúka... 8 11. Sjúk børn... 8 12. Uppsøgn... 9 13. Eftirsitiløn... 9 14. Frítíð & fastir frídagar... 9 15. Nevndarfundir & Útbúgvingargrunnur...10 16. Luttøka í fundar- og skeiðtiltøkum...11 17. Tænastuferðir...11 18. Flytisamsýning...12 19. Næmingar...12 20. Álitisfólk & samstarvsnevnd & trygdarásetingar...13 21. Arbeiði skipað í vaktum á Elektron...14 22. Tiltøkuvakt, tilkalling á Elektron...15 23. Vakt- og eftirlitsstøðir á Elektron...16 24. Løn omanfyri stig 248E á Elektron...16 25. Gildiskoma og uppsøgn...17 Skjal 1: Fyribils sett og avloysarar í sparikassunum... 17 Skjal 2: Setanarskriv... 19 Skjal 3 a: Flokkingar í Eik Banka og sparikassunum... 20 Stk. 1 Næmingar...20 Stk. 2 Sparikassaassistentar 1. lønarflokkur...20 Stk. 3 Sparikassaassistentar - 2. Lønarflokkur...20 Stk. 4 Skrivstovuassistentaflokkur 1...21 Stk. 5 Skrivstovuassistentaflokkur 2...21 Stk. 6 Umsjónarmenn...21 Stk. 7 Útbúgvingarískoytið...21 Stk. 8 Persónsviðbøtur...21 Stk. 9 Persónligar viðbøtur, ið ikki geva eftirløn...22 Stk. 10 Skipan í lønarflokkar & stighækkan...22 Stk. 11 Starvsaldur...22 Stk. 12 Lønarflokkingarreglur við framflutningi...22 Skjal 3 b: Flokkingar o.a. á Elektron... 23 Stk. 1 Útbúgvingarætlan...23 Stk. 2 Farloyvi til útbúgving...23 Stk. 3 Flokking...23 Stk. 7 Innplasering av fult útbúnum starvsfólkum...24 Skjal 4 a: Uppskot til avtalu um flekstíðarskipan í sparikassunum... 27 Lokale aftaler om flekstid...27 1. Formål...27 2. Aftalen omfatter...27 3. Definitioner på normtid, daglig arbejdstid, fikstid, flekstid mv....27 2

4. Fravær fra arbejdet...29 5. Tidsregistrering...29 6. Ikrafttrædelsestidspunkt og opsigelsesregler...29 7. Aftaleparternes godkendelse...29 Skjal 4 b: Flekstíðarskipan á Elektron... 30 Skjal 5: Protokollat um ambæting av sjálvtøkum í Eik Banka og sparikassunum og serlig boðsending... 31 Skjal 6: Avtala um álitisfólk millum AFF og SFS... 33 1. Val av álitisfólkum...33 2. Valbæri...33 3. Valtíðarskeið...33 4. Valmannagongd...33 5. Val av felags álitisfólki...34 6. Virki álitisfólksins...34 7. Samstarv og kunning...35 8. Umstøður fyri arbeiðinum hjá álitisfólkum...35 9. Uppsøgn av álitisfólki...35 Skjal 7a: Avtala um samstarvsnevnd í Eik Banka og sparikassunum... 37 1. Inngangur...37 2. Endamál, arbeiði og uppgávur hjá SN...37 3. Meginregla fyri arbeiðinum hjá SN...38 4. Útbúgving og frídagar í sambandi við arbeiði í SN...39 5. Serkøn...39 6. Útreiðslur...39 Skjal 7 b: Avtala um samstarvsnevnd á Elektron... 40 1. Inngangur...40 2. Endamál, arbeiði og uppgávur hjá SN...40 3. Meginregla fyri arbeiðinum hjá SN...41 4. Útbúgving og frídagar í sambandi við arbeiði í SN...41 5. Serkøn...42 6. Útreiðslur...42 Skjal 8: Høvuðsavtala millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og SFS... 43 Skjal 9: Protokollat um hugtøk, ið partarnir nýta í sáttmálanum... 47 Løgtingslóg um starvsmenn... 48 Frítíð við løn... 54 Barsilsskipan... 58 Reglur um dagpening... 66 Nýtsla av egnum bili í tænastuørindum... 69 Lønartalvur 2007 2010 í Eik Banka og Sparikassunum og á Elektron 3

Starvssáttmáli 1. Sáttmálaøkið Stk. 1. Hesin sáttmáli fevnir um starvsfólk í Eik Banka, teimum føroysku sparikassunum og Elektron, hereftir nevnt fyritøka, sum eru starvsmenn ella hava eina starvsmannalíknandi støðu, smb. løgtingslóg um starvsmenn. Sáttmálin fevnir tó ikki um: a. Reingerðar- og kantinustarvsfólk og boðberar. b. Fyribils sett starvsfólk, hvørs setan ikki varir longri enn 3 mánaðir, sí skjal 1 um fyribils sett og avloysarar. c. Starvsfólk, sum serligur sáttmáli er gjørdur fyri, starvsfólkið og fyritøkuna millum, ella sum annars við seravtalu partanna millum eru undantikin hesum sáttmála. Tílíkir sáttmálar ella seravtalur kunnu bert gerast fyri leiðandi starvsfólk og/ella serfrøðingar, og vil fyritøkan tryggja, at hesi starvsfólk ikki hava vánaligari kor, enn tey, sum eru ásett í sáttmálanum við SFS. Fyritøkan kann tó víkja frá sáttmálanum, tá ið talan er um arbeiðstíð, samsýning fyri møguliga yvirtíð og rættinum til arbeiðsgevaragoldnað eftirløn. Fyri slík leiðandi starvsfólk og/ella serfrøðingar kann samsýningin fyri møguligt meirarbeiðið við atlitið til hvussu starvið er háttað heilt ella partvíst vera íroknað lønini. 2. Setan í starv Við setanina verður skrivað setanarbræv/setanarsáttmáli við upplýsingum um galdandi lønar- og starvsviðurskifti, smb. rammu fyri setunarskrivi (skjal 2). 3. Flokkingar o.a. Sí flokkingar í skjal nr. 3 a (Eik Banki, sparikassarnir) og 3 b (Elektron) 4. Arbeiðstíð Stk. 1. Arbeiðstíðin hjá starvsfólkunum (døgurðasteðgur og møgulig onnur frítíð ikki íroknað) er 37 tímar um vikuna. Starvsfólk eiga rætt til 30 min. samanhangandi døgurðasteðg. Døgurðasteðgurin verður roknaður sum frítíð, sum starvsfólkið frítt kann ráða yvir. Í teimum førum, tá ið tað er álagt starvsfólki at vera til taks í døgurðasteðginum, verður døgurðasteðgurin at rokna upp í arbeiðstíðina. 4

Stk. 2. Møguleiki fyri flekstíð kann setast í verk. Sí skjal nr. 4 a og eisini 4 b fyri Elektron. Galdandi fyri Eik Banka/sparikassarnar: Stk. 3. Eik Banki/sparikassin kann eftir tørvi leggja dagligu arbeiðstíðina hjá starvsfólkunum innan fyri fimm teir fyrstu dagarnar í vikuni í niðanfyrinevndu tíðarskeið: 3 dagar í tíðini kl. 8.00-17.30 1 dag í tíðini kl. 8.00-18.30 Fríggjadag í tíðini kl. 8.00-17.30 Stk. 4. Broytingar í tí dagligu arbeiðstíðini skulu fráboðast minst 2 vikur frammanundan, at dagliga arbeiðstíðin verður broytt. 5. Tímaløn Tímalønin verður roknað soleiðis: Mánarløn * 12. 52 * vikuarbeiðstíð 6. Yvirtíð Yvirtíð í Eik Banka/sparikassunum: Stk. 1. Eik Banki/sparikassin kann áleggja yvirtíðararbeiði uttan fyri vanliga arbeiðstíð. Yvirtíð eigur í mest møguligan mun at avmarkast. Stk. 2. Við álagt yvirtíðararbeiði í 3 tímar og meira hevur starvsfólkið rætt til ½ tíma samanhangandi steðg við løn eftir 2 tímar arbeiði. Er yvirarbeiði eftir kl. 19.00 ella leygardagar, sunnu- og halgidagar ikki fráboðað (minni enn 24 tíma ávaring), syrgir Eik Banki/sparikassin fyri mati ella í øðrum lagi samsýnir útreiðslur til mat eftir rokning, tó við í mesta lagi kr. 180,00. Stk. 3. Yvirtíð 1 verður samsýnd soleiðis: 1. og 2. tími verða samsýndir við frígongu í lutfallinum 1:1½ (1 tími yvirtíð gevur 1 tíma og 30 min. frígongu). Fyri 3. tíma og fylgjandi, og fyri leygardagar, sunnudagar, halgidagar og ásettir frídagar, verður yvirtíð samsýnd við frígongu í lutfallinum 1:2. Roknað verður við byrjaðum korterum. Stk. 4. Yvirtíð verður vanliga samsýnd við frígongu. Frígongan verður avtalað millum starvsfólkið og arbeiðsgevaran; fyrilit verður tikið til viðurskiftini í Eik Banka/sparikassanum. Frígongan verður so vítt gjørligt veitt sum hálvur ella heilur dagur. Frígongan skal verða nýtt, innan 3 mánaðir eru farnir eftir mánaðarligu uppgerðina, um ikki annað er avtalað. Í serligum førum kann yvirtíð verða útgoldin, og verður hon tá útgoldin sambært galdandi reglum. 1 Er ikki at skilja sum meirarbeiði. Innanhýsis reglur verða gjørdar fyri fleksskipan. 5

Stk. 5. Fyri parttíðarsett galda hesar reglur: Arbeiðstíðin verður løgd eftir somu reglum sum hjá fulltíðarsettum, sambært 4. Parttíðarsett starvsfólk fáa vanliga tímaløn fyri yvirarbeiði innan fyri vanligu arbeiðstíðina, sum ásett í 4, stk. 3. Stk. 6. Leiðarar, og starvsfólk sum eru lønt ájavnt við 4 lønarflokk ella hægri, tilskriva ikki yvirtíð. Fyri hesi kann samsýningin fyri møguligt meirarbeiði við atliti til starvið eftir avtalu heilt ella partvíst verða ein partur av lønini, eins og avtala kann gerast um samsýning fyri møguligt meirarbeiði. Yvirtíð á Elektron Stk. 7. Fyritøkan kann áleggja úrtíðararbeiði, tvs. arbeiðið útyvir ásetingarnar í 4 um arbeiðstíð og uttanfyri ásettar vaktir smb 21. Talan er um skipað úrtíðararbeiði, um fyritøkan í dagligu tilrættisleggingini av arbeiðinum áleggur ávíst tal av úrtíðararbeiðstímum, uttan at hetta er neyðugt vegna bráðfeingis háarbeiðsbyrðu. Tá ið úrtíðararbeiði verður álagt, eigur leiðslan at virða, um eitt starvsfólk av persónligum grundum í ávísum føri ikki kann átaka sær úrtíðararbeiði. Stk. 8. Yvirtíð 2 verður samsýnd í lutfallinum 1:1½ (1 tími yvirtíð gevur 1 tíma og 30 min.). Talið av yvirtíðararbeiðstímum verður gjørt upp seinast í hvørjum mánaði. Stk. 9. Yvirtíðararbeiði verður annaðhvørt avroknað við avspáking, smb. stk. 10, ella avroknað kontant. Um avroknað verður kontant, verður upphæddin goldin í seinasta lagi seinast í mánaðinum eftir uppgerðina. Stk. 10. Avspáking, smb. stk. 9, verður veitt sum frítíð í mánaðinum eftir uppgerðina, uttan so at onnur avtala verður gjørd. Stk. 11. Avspáking smb. skjal 4 b, stk. 3 (meirarbeiði) verður veitt sum frítíð í fylgi ta skriftligu avtaluna. Stk. 12. Frítíðin verður løgd eftir avtalu og verður hildin sum heilir ella hálvir frídagar. Stk 13. Er úrtíðararbeiðið eftir kl. 19.00, fær starvsfólkið mattíð í 30 minuttir. Mattíðin verður roknað upp í arbeiðstíðina. Stk. 14. Fyri úrtíðararbeiði í samband við vaktararbeiði verður umframt løn sambært stk. 7 eisini viðbótin sambært 21 stk. 6 latin, sum starvsfólkið fær í beinleiðis sambandi við úrtíðararbeiði. Stk. 15. Fyri parttíðarsett starvsfólk verður úrtíðararbeiði, ið avtalað verður gjørd um við tann parttíðarsetta, avroknað eins og fyri fulltíðarsett. 2 Er ikki at skilja sum meirarbeiði. Innanhýsis reglur verða gjørdar fyri fleksskipan. 6

7. Ávísing av løn Stk. 1. Starvsfólk fáa ávíst 1/12 av árslønini frammanundan hvønn mánað í seinasta lagi síðsta arbeiðsdag í undanfarna mánaði. Stk. 2. Avloysarar verða løntir afturút hvønn mánað, og lønin verður ávíst í seinasta lagi síðsta dag í mánaðinum. 8. Eftirløn og trygging Stk. 1. Starvsfólk í Eik Banka/sparikassunum, sum verða sett í starv, gerast limir í eftirlønarskipan, eftir at royndartíðin er lokin (upp til 6 mánaðir); tó verða næmingar og starvsfólk, ið verða sett fyri styttri enn 1 ár, ikki innlimaði í eftirlønarskipan. Starvsfólk á Elektron, sum verða sett í starv eftir 1.mars 1998, hava rætt at melda seg í eina eftirlønarskipan, tó fáa næmingar ikki eftirløn. Stk. 2. Eftirlønargjaldið verður roknað av galdandi ársløn soleiðis: 1.mai 2011 rindar arbeiðsgevarin 16,06% í eftirlønargjaldið. Hin 1. mai 2012 hækkar eftirlønargjaldið til 18%. Protokollat um eftirløn: Semja er um at eftirløn hjá starvsfólki er persónlig. Arbeiðsgevari, sum bjóðar eftirlønarprodukt, miðar eftir at hetta er kappingarført, og væntað verður loyalitetur frá starvsfólki afturímóti. Stk. 3 Vanlukkutrygging Fyritøkan tryggjar sambært lógskyldugari vanlukkutrygging øll starvsfólk í samband við likamligar og sálarligar skaðar, ið standast av arbeiðsávum. Endurgjald til starvsfólk í samband við deyða ella avlamni verður avroknað sambært veitingaryvirlitinum frá Føroya Vanlukkutrygging. Sí Vanlukkutryggingarlógina, Anordning nr. 389 af 15. november 1966 om forsikring mod følger af ulykkestilfælde, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 93 frá 13. juni 1995. Stk. 4 Samlagstrygging Fyritøkan teknar samlagstrygging fyri starvsfólk, sum eru limir í SFS. Onnur starvsfólk kunnu eisini tekna seg til tryggingina. Tryggingin verður rindað av starvsfólkinum. Stk. 5. Trygging fyri hættisligum sjúkum Fyritøkan teknar trygging í sambandi við hættisligar sjúkur. Tryggingin skal endaliga góðkennast av SFS. Starvsfólkið avger sjálvt, um tað luttekur í skipanini og rindar somuleiðis fyri tryggingina. 7

9. Barnsferð og ættleiðing Stk. 1 Starvskvinna, ið er við barn, skal siga leiðsluni frá í seinasta lagi 3 mánaðar, áðrenn hon væntar sær at eiga. Stk. 2. Viðv. barsilsfarloyvi og ættleiðing verður víst til løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan við broytingum. Stk. 3. Virkið rindar kvinnuligum starvsfólki fulla løn fyri tíðina frá tí, hon gerst óarbeiðsfør orsakað av barnsburðarárini og í farloyvistíðarskeiðnum. Farloyvistíðarskeiðið er sambært sáttmálanum 2 vikur farloyvi undan væntandi føðing og altíð 24 vikur aftaná. Afturat hesum kann starvskvinna fáa frí uttan løn í 6 vikur og uttan miss í lønaraldri. Starvskvinna hevur rætt til farloyvi í sambandi við ættleiðing og veitir virkið í hesum sambandi fulla løn í tilsamans 24 vikur. Gjørt verður vart við, at barsilslógin hevur aðrar ásetingar viðv. farloyvistíðarskeiðum. 10. Sjúka Stk. 1. Viðvíkjandi løn til burturstødd vegna sjúku verður víst til Starvsmannalógina. Tó kann uppsøgn ikki verða gjørd sambært 5, 2. stk í Starvsmannalógini. Stk. 2. Starvsfólk, ið ansa doyggjandi í heiminum, kunnu eftir umsókn fáa heilt ella partvíst farloyvi. 11. Sjúk børn Stk. 1. Starvsfólk í Eik Banka/sparikassunum hevur rætt til frí við løn, tá ið barn/børn tess er/eru sjúk, tó í mesta lagi í 2 dagar hvørja ferð og í mesta lagi 10 dagar um árið samanlagt. Eigur starvsfólkið fleiri enn 2 børn undir lógaldur, kann tað fáa frí upp í 20 dagar um árið. Starvsfólk á Elektron hava frí uttan lønarfrádrátt at ansa sjúkum barni, sum ikki er komið til lógaldurs og sum er heima, fyrsta heila dagin, barnið er sjúkt. Stk. 2. Verður sjúkralega barnsins longri enn áður nevndu 2 dagar, kann starvsfólkið eftir umbøn fáa farloyvi uttan løn í upp til 5 arbeiðsdagar afturat. Stk. 3. Verður neyðugt við longri farloyvi til ansan av sjúkum barni, kann fyritøkan játta farloyvi uttan løn móti framvísan av læknaváttan. Stk. 4. Verður barn, sum ikki er komið til lógaldurs innlagt á sjúkrahús, og brúk er fyri foreldrunum, verður farloyvi við løn givið upp til 8 dagar. Tað sama er galdandi, um barnið verður útskrivað innan 8 dagar og krevur framhaldandi sjúkrarøkt heima. Verður farloyvið longur enn 8 dagar, kann fyritøkan játta farloyvi uttan løn. 8

12. Uppsøgn Stk. 1. Í sambandi við uppsagnir og uppsagnarfreistir er Starvsmannalógin galdandi. Tó kann uppsøgn ikki verða givin sambært 5, 2. stk. í Starvsmannalógini. Víst verður til álitismannaskipanina, har serligar reglur eru galdandi í sambandi við uppsøgn av starvsfólkum. Stk. 2. Starvsfólk í Eik Banka/sparikassunum í aldrinum 35 65 ár, sum verða søgd úr starvi og hava verið í starvi í fyritøkuni uttan steðg í 12 ár, fáa serstakt eftirlønargevandi endurgjald, soleiðis: Starvsfólk á Elektron, ið hevur fylt 35 ár, sum verða søgd úr starvi og hava verið í starvi í fyritøkuni í minst 12 ár, fáa serstakt eftirlønargevandi endurgjald, soleiðis: Fylt 35 ár: Yvir 40 ár: Yvir 45 ár: Yvir 50 ár: 1 mánaðarløn 2 mánaðarlønir 3 mánaðarlønir 4 mánaðarlønir. Fráfaringarsamsýning verður eisini útgoldin starvsfelaga, sum hevur havt minst 2 setanarskeið í fyritøkuni, har tey síðstu tilsamans eru minst 12 ár og núverandi setanarskeið er minst 6 ár. Verður starvsfólk uppsagt, sum er sett niður í løn innanfyri seinastu 6 mánaðarnir, skal ein møgulig fráfaringarsamsýning roknast av lønini áðrenn niðurflytingina. Stk. 3. Fyritøkan hevur skyldu til, í góðari tíð, at senda SFS og Føroya Arbeiðsgevarafelag avrit av øllum uppsøgnum av starvsfólki, sum hesin sáttmáli fevnir um. Stk. 4. Fyri trygdarumboð galda somu uppsagnartreytir sum fyri álitisfólk. 13. Eftirsitiløn Doyr starvsfólk í tænastutíðini, verður eftirsitiløn útgoldin í 3 mánaðir, til møguligan hjúnafelaga/samliva ella børn undir 18 ár, sum tað uppiheldur. Eftirsitilønin er seinast útgoldna mánaðarlønin. Lønin í mánaðinum, tá ið starvsfólkið doyr, verður ikki roknað við í eftirsitilønina. 14. Frítíð & fastir frídagar Stk. 1. Mánaðarlønt starvsfólk hava rætt til frítíð sambært løgtingslóg um frítíð við løn. Stk. 2. Um so er, at starvsfólk eftir áheitan frá fyritøkuni, halda summarfrí uttanfyri tíðarskeiðið 01.05. - 30.09, verður frítíðin longd við eini helvt av tí parti, ið hildin verður uttan fyri 01.05. - 30.09. 9

Stk. 3. Frítíðarískoyti sambært frítíðarlógini, verður flutt á frítíðarkonto hjá SFS, samstundis sum lønin verður flutt. Stk. 4. Á Elektron er innvinningarárið Álmanakkaárið. Stk. 6 Eyka frítíð Frá frítíðarárinum 2006/2007 hava starvsfólk, umframt tað p.t. lógarásettu frítíð, rætt til eyka frítíð sambært hesum reglum. Starvsfólk hava rætt til 5 eyka dagar frítíð, soleiðis at tann árliga frítíðin verður tilsamans 30 (arbeiðs-)dagar, tó hava starvsfólk á Elektron rætt til ein hálvan dag afturat, sum verður latin 1. mai á hvørjum ári. Hesir eyka dagar frítíð innvinnast, og haldast, stigvíst soleiðis, at fyri hvørjar 73 dagar tænasta í frítíðarárinum, innvinnist 1 eyka dagur frítíð. Parttíðarsett, sum ikki arbeiða hvønn dag, og starvsfólk í farloyvi uttan løn, hava rætt til eitt lutfalsligt tal av eyka frítíðardøgum. Hesir eyka dagar frítíð kunnu ikki haldast fyrr enn teir eru innvunnir. Við uppgerð av frítíð skal tann lógarásetta frítíðin á 25 dagar vera roknað sum hildin fyrst. Tann 30. dagurin kann soleiðis í fyrsta lagi haldast í mars mánað. Við fráferð verður frítíðarløn einans útroknað við grundarlag í tí ikki hildnu lógarásettu frítíð á 25 (arbeiðs-)dagar. Um so er, at talið av frítíðardøgum, ið eru tilgóðar við fráferð, fer upp um talið av innvunnum, lógarásettum døgum til frítíð, verða avlopsdagar til frítíð samsýndir við 0,38% av árslønini hjá viðkomandi. Ikki hildnir frítíðardagar fella burtur, tá ið frítíðarárið er farið, uttan so at starvfólkið og leiðslan hava avtalað at flyta frítíðardagarnir til fylgjandi frítíðarár. Stk. 7 Fastir frídagar Flaggdagur, Ólavusøkuaftan, Ólavsøkudagur, jólaaftan, nýggjársaftan, Grundlógardagur og allir halgidagar eru heilir frídagar. 15. Nevndarfundir & útbúgvingargrunnur Stk. 1 Nevndarfundir Nevndarlimir í SFS hava rætt til frítíð við løn, at møta til nevndarfundir og aðrar fundir í sambandi við yrkisfelagsarbeiðið. Tó í mesta lagi 11 dagar árliga, umframt møguligar sáttmálasamráðingar. Nevndarlimir og varalimir í SFS hava eisini rætt til í arbeiðstíðini at luttaka á skeiðum í sambandi við yrkisfelagsarbeiði, tó í mesta lagi 1 viku í miðal árliga. Loyvi krevst frá fyritøkuni í hvørjum einstøkum føri. 10

Stk. 2 Útbúgvingargrunnur Fyritøkan letur styrk til útbúgvingargrunn SFS við hesum upphæddum fyri hvørt starvsfólk: Fulltíðarsett: kr. 300 um hálvárið Parttíðarsett: kr. 150 um hálvárið, Styrkurin verður goldin frammanundan hvørt hálvár tann 1. juli og 1. januar roknaður eftir starvsfólkatalinum sama dag. Avtalaða hækkingin í inngjaldinum í útbúgvingargrunn í 2005 á kr. 170 / 85 verður bert framd, um SFS innan 1. oktober 2005 fyrileggur FAG eina reglugerð, sum FAG kann góðkenna. Reglugerðin verður ein partur av sáttmálanum. Semjast FAG og SFS ikki um eina reglugerð innan 1. desember 2005, verður inngjaldshækkingin løgd um til løn í staðin. SFS bindur seg til at geva FAG árligan roknskap yvir, hvussu upphæddin í útbúgvingargrunninum verður nýtt. 16. Luttøka í fundar- og skeiðtiltøkum Stk. 1 Skeið, sum starvsfólk eru biðin um at taka lut í, verða roknað upp í arbeiðstíðina. Undantikin eru bert internatskeið, ið verða hildin mánadag - fríggjadag, og verður bert normaltímatalið íroknað fyri fulltíðarsett. Stk. 2 Um álagt verður starvsfólki at taka lut í internatskeiðum í Føroyum, ið verða hildin leygardag - sunnudag, verða tey at rokna sum 2 frígongudagar fyri hvønn skeiðdag. Stk. 3 Fyritøkan rindar ferðaútreiðslur aftur og fram. Er talan um skeið uttanlands, verða hesi samsýnd eftir reglugerðini "Vegleiðing til ferðafrásøgn til uttanlandsferðir" hjá Føroya Landsstýri. Stk. 4. Um Elektron bjóðar inn til kunnandi fundir ella onnur fundar-/skeiðtiltøk, sum leiðsan ikki metir tað vera neyðugt hjá starvsfólkunum at luttaka í, er eingin møtiskylda, og eingin løn verður latin, sjálvt um tiltakið fer út um vanliga arbeiðstíð. 17. Tænastuferðir Stk. 1. Er ferðingartíðin longri enn tann tíð, tað tekur starvsfólki at koma ímillum vanligan arbeiðsstað og vanligan bústað, verður munurin roknaður sum arbeiðstíð. Ferðingartíðin millum tvey arbeiðsstøð í vanligari arbeiðstíð verður roknaður upp í vanligu arbeiðstíðina. Stk. 2. Tá starvsfólk eru tænastuferðir verður avroknað sambært avtalu millum Fíggjarmálastýrið og Tænastumannafelag Landsins. Stk. 3. Fyri koyring í egnum bili verður latin samsýning eftir reglum, ið galda fyri tænastumenn. Starvsfólk, ið noyðast at koyra nógv, fáa avtalu við fyritøkuna um aðra samsýning. 11

Stk. 4 Tá ið starvsfólk eru á tænastuferð uttanlands, verður samsýnt sambært avtalu millum Fíggjarmálastýrið og Tænastumannafelag Landsins. Í serligum førum verður avroknað sambært rokning. 18. Flytisamsýning Flytiendurgjald / Fyribils tænasta í hægri starvi (galdandi frá 1. mai 2012) Stk. 1 Flytiendurgjald Hevur arbeiðsgevarin givið boð um starvsflyting í aðra bygd/kommunu, og starvsflytingin ikki er í sambandi við útnevnan til hægri starv, endurrindar arbeiðsgevarin skjalprógvaðar útreiðslur í sambandi við flyting av leysafæ v.m. Verður starvsfólk flutt, rindar arbeiðsgevarin eftir nærri avtalu neyðugu ferðaútreiðslurnar, mat og vistarhald sambært almennu reglunum um tænastuferðir í einum tíðarskeiði svarandi til uppsagnartíðina. Tá starvsfólk verður boðsent til arbeiðis aðrastaðni enn á tí vanliga arbeiðsstaðnum, verður ferðingartíðin roknað sum arbeiðstíð. Yvirtíð verður ikki roknað av ferðingartíðini. Stk. 2. Fyribils tænasta í hægri starvi Starvsfólk, sum fyribils røkja hægri starv í 1 viku samfelt ella meira, verða í hesum tíðarskeiðið lønt við somu løn, sum tey høvdu fingið, um tey vóru sett í starvið. Tað áliggur deildarleiðaranum at kunna starvsfólkadeildina og starvsfólkið um broyttu lønina. 19. Næmingar Stk. 1 til og við 11 eru galdandi fyri Eik Banka/sparikassarnir, tó er stk. 9 eisini galdandi fyri Elektron. Stk. 1. Næmingatíðin er 2 ár fyri næmingar, sum hava tikið niðanfyristandi miðnámsútbúgving: Hægri Handilsskúli Studentaskúli HF (Hægri fyrireikingarpróvtøka) Stk. 2. Verkliga útbúgving næmingsins verður skipað eftir Útbúgvingarbókini, soleiðis at vissa fæst fyri, at næmingurin fær fjølbroyttan verkligan kunnleika til tey einstøku evnini, samstundis sum hann fær ta ástøðiligu frálæruna í Fíggjarskúlanum. Útbúgvingarbókin verður dagførd eina ferð triðja hvønn mánað av Eik Banka/sparikassanum í samráð við næmingin. Stk. 3. 6 teir fyrstu mánaðirnir av næmingatíðini eru at rokna sum sínámillum royndartíð. Stk. 4. Bæði Eik Banki/sparikassin og næmingurin kunnu krevja starvsavtaluna sagda upp við 1 mánaða ávaring at fara úr gildi í seinasta lagi, tá royndartíðin er liðug. 12

Stk. 5. Hevur næmingur verið burturstaddur í meira enn 10% av ásettu næmingatíðini orsakað av drúgvari sjúku, graviditeti, barnsburði ella ættleiðing, kann næmingatíðin verða longd við tí tíðarskeiði, lærlingurin/næmingurin hevur verið burturstaddur, sambært Løgtingslóg nr. 94 frá 29.12.1998 um yrkisútbúgvingar við seinni broytingum. Stk. 6. Verður næmingatíðin longd, verður hetta at fráboða næminginum skrivliga so skjótt sum gjørligt, tó seinast 3 mánaðir eftir at støðan gjørdist aktuell, og áðrenn næmingatíðin er úti. Stk. 7. Við setanina verður skrivaður næmingasáttmáli, sum, í tráð við henda sáttmála, m.a. inniheldur lønar- og útbúgvingarviðurskifti í næmingatíðini. Stk. 8. Tá næmingatíðin er av, fær næmingurin útbúgvingarprógv. Stk. 9. Næmingar fáa 25 arbeiðsdaga frítíð tað fyrsta heila frítíðarárið (02. mai - 01. mai) eftir setan. Er næmingurin komin í starv fyri 1. august í einum frítíðarári, er sama galdandi hetta frítíðarárið. Næmingar, ið eru komnir í starv 1. august - 31. desember, fáa 8 arbeiðsdaga frítíð hetta frítíðarárið. Stk.10. Frítíðardagar, ið eru vunnir í lærutíðini, men sum verða hildnir, eftir at næmingurin er útlærdur, verða hildnir við assistentaløn, eisini um næmingurin er útlærdur í aðrari fyritøku, sum er limur í FAG. Stk. 11. Tíðin, ið næmingurin er í skúla í sambandi við Fíggjarskúlan í vanligari arbeiðstíð og ferðing í ella úr skúla í vanligari arbeiðstíð, verður roknað sum arbeiðstíð. Eik Banki/sparikassin kann ikki mótrokna ferðingatíð millum arbeiðið og skúla, fríkorter, mattíðir ella møguligar frítímar í skúlanum, í arbeiðstíðini. 20. Álitisfólk & samstarvsnevnd & trygdarásetingar Stk. 1 Álitismannaskipan Starvsfólk kunnu velja álitisfólk sambært avtalu um álitisfólk, sí skjal 6. Stk. 2 Samstarvsnevnd Sett kann verða á stovn samstarvsnevnd sambært avtalu um samstarvsnevnd. Viðv. Eik Banka/sparikassunum sí skjal nr. 7 a og Elektron skjal nr. 7 b. Stk. 3 Trygdarviðurskifti Sett verður á stovn skipan við trygdarumboðum sambært arbeiðsumhvørvislógini løgtingslóg nr. 70 frá 11.05.2000. Trygdarumboðini fáa frí við løn til at luttaka á skeiðum og øðrum fundum í sambandi við álitisstarvið. Tó í mesta lagi 8 arbeiðsdagar árliga. Loyvið krevst frá fyritøkuni í hvørjum einstøkum føri. Aðrar trygdarásetingar 13

Skal starvsfólkatalið minkast, verður tað í mest møguligan mun gjørt við náttúrligari frágongd. Áðrenn starvsfólkatalið møguliga verður minkað meira enn tað, ið verður rokkið við náttúrligari minking, skal málið viðgerast í samsvari við ásetingarnar í avtaluni um samstarvsnevnd við tí endamáli at finna útvegir fyri at minka um talið á uppsøgnum og bøta um støðuna hjá teimum, ið uppsøgd verða. Í hesum sambandi verður dentur lagdur á tørvin hjá starvsfólkunum at kenna seg trygg. Møguleikarnir fyri: eftirløn fyri tíð, avmarking av yvirarbeiði, starvsflytingum, umskúling og møguligum øðrum arbeiði til tey starvsfólk, ið verða rakt av niðurskurðum, skulu viðgerast. Er ella verður persónsmeting tikin í nýtslu, ella menningarsamrøður, effektivitetsmátingar av hvørjum starvsfólki sær, ella tílíkt, skulu allar skrásetingar á teldu ella á kortum, ið verða gjørdar við hesum upplýsingum sum grundarlag, vísast stavsfólkinum, ið skal hava høvi til at gera viðmerkingar til tær. 21. Arbeiði skipað í vaktum á Elektron Stk. 1 Starvsfólk við arbeiðstíð, sum liggur í frammanundan ásettum vaktum, koma undir reglurnar í stk. 2-6 um arbeiði skipað í vaktum. Stk. 2 Effektiva arbeiðstíðin er upp til 35 tímar býtt í mesta lagi á 5 fylgjandi arbeiðstíðarskeið um vikuna. Dagliga arbeiðstíðin kann ikki frammanundan verða ásett at vera meira enn 10 tímar, - leygar-, sunnu- og halgidagar tó 12 tímar. Starvsfólk skulu hava høvi til minst 30 minuttir samanhangandi døgurðasteðg. Døgurðasteðgurin er at rokna sum frítíð, sum starvsfólkið frítt kann ráða yvir. Í teimum førum, tá ið tað er álagt starvsfólki at vera til taks í døgurðasteðginum, verður hann at rokna upp í arbeiðstíðina. Stk. 3 Vaktarskipanin, sum verður kunngjørd í seinasta lagi 4 vikur, áðrenn hon kemur í gildi, fevnir um plasering av arbeiðstíð í eitt 13 viku tíðarskeið. Stk. 4 Vaktarskipanin verður løgd soleiðis til rættis, at tey einstøku skiftini kvøldarskift, náttarskift osfr. verða býtt javnt millum starvsfólk, sum eru í somu vaktarskipan, og soleiðis, at hvørt starvsfólk hevur 13 samanhangandi frítíðarskeið, sum vara í minsta lagi 60 tímar í miðal. Fyri hvønn halgidag mitt í viku, sum fellur í ásettu arbeiðstíðini, fær starvsfólkið 1 dag frí. Stk. 5 Um fyritøkan í serligum førum noyðist at broyta vaktarskipanina hjá einum einstøkum starvsfólki, fær tað útgoldið 1 ferð kr. 300. Um afturflytingin av starvsfólkinum til ta upprunaligu vaktarskipanina verður varskógvað samstundis, ella um broytingin verður framd vegna hendingar, sum ikki kunnu roknast við frammanundan, eitt nú sjúku, fevnir veitingin eisini um afturflytingina. Um fyritøkan broytur ásettu dagligu vaktina hjá einum starvsfólki, skulu broytingarnar, undir vanligum umstøðum, varskógvast 14 dagar, áðrenn broytingin kemur í gildi. 14

Stk. 6 Viðbótin fyri vaktararbeiði leygar-, sunnu- og halgidagar er 20% av lønini um tíman. Viðbótin fyri varktararbeiði gerandisdagar er 10% av lønini um tíman. Viðbótin verður uppgjørd um mánaðarskiftið og verður goldin kontant í seinasta lagi seinast í mánaðinum eftir uppgerðina. Í uppgerðini verður roknað við heilum tímum, tímalønin verður roknað við at býta føstu árslønina, vaktarviðbótin ikki íroknað, við 1820. 22. Tiltøkuvakt, tilkalling á Elektron Stk. 1 Tiltøkuvakt merkir, at starvsfólkið uttan fyri arbeiðstíð sína, men innan fyri eitt nærri ásett tíðarskeið, er til taks at svara upp á fyrispurningar og kann verða tilkallað at loysa arbeiðsuppgávur á virkinum. Miða skal verða fram ímóti, at hvørt einstakt starvsfólk ikki verður álagt tiltøkuvakt meira enn 80 ferðir um árið. Stk. 2 a Tiltøkuvakt, sum í mest møguligan mun skal býtast javnt millum starvsfólkið, skal varskógvast í seinasta lagi 24 tímar frammanundan. Ein einstøk vakt kann í mesta lagi vara 16 tímar. Tiltøkuvaktir verða samsýntar soleiðis: 3 Vaktarpeningur Gerandisdag pr vakt til kl. 24.00 og frá kl. 06.00 til kl. 08.00 Gerandisdag pr. vakt út í eitt til kl. 07.00 Vikuskifti pr. vakt til kl. 24.00 og frá kl. 06.00 til kl. 08.00 Vikuskifti pr. vakt út í eitt til kl. 07.00 01.05.2005 340,83 454,45 680,58 907,80 01.05.2006 343,73 458,31 686,36 915,51 Starvsfólk, sum hava vakt út í eitt til kl. 07.00 undan einum yrkadegi fáa frí í 3,5 tímar við løn næsta yrkadag og hava bara rætt til gjald fyri tilkall og telefonviðtalur í tíðarskeiðnum aftaná kl. 21.00 yrkadagar. Stk. 2 b Vaktarpeningur samb. stk. 2 a verður javnaður við sáttmálaúrslitinum. Stk. 3a Fyri telefonsamrøðu millum kl. 16.45 og 24.00 verður latið hálvur tími, tó í mesta lagi ein tími fyri hvønn tíma. Fyri telefonsamrøðu millum kl. 24.00 og 08.00 verður latið ein tími, tó í mesta lagi tveir tímar fyri hvønn tíma. Í mesta lagi fimm tímar kunnu latast fyri eitt samdøgur. Stk. 3b Tilkalling verður lønt fyri tíðina starvsfólkið verður tilkallað, til tað er heima aftur. Løn verður latin fyri í minsta lagi 1 tíma, um tiltøkuvakt er áløgd, og annars fyri í minsta lagi 2 tímar - í báðum førum tó í mesta lagi frá tí, starvsfólkið verður tilkallað, til ta tíð, tá vanliga dagliga arbeiðstíðin hjá viðkomandi byrjar. Samsýningin fyri tilkalling verður tímaløn + 100%. Hetta er galdandi fyri tilkalling bæði yrkadagar, vikuskifti, og halgidagar. 3 Vakt út í eitt til kl. 07.00 merkir, at vaktarhaldið er uttan steðg, frá tí tað byrjar til tað endar kl. 7 á morgni. 15

23. Vakt- og eftirlitsstøðir á Elektron A. Vaktarstøðir Stk. 1. Fyritøkan og álitsfólkini kunnu gera avtalu um vaktarstøðir sambært reglunum um tiltøkuvakt nevndar í 22 stk. 2. Stk. 2. Útgerðin á støðini kann verða nýtt í sambandi við smærri rættingar av brekum. Stk. 3. Fyritøkan hevur fulla ábyrgd av trygdarreglunum í sambandi við uppseting, og fyritøkan hevur skyldu at skráseta allar neyðugar upplýsingar í sambandi við uppsetingina. Stk. 4. Fyritøkan hevur skyldu at syrgja fyri møguliga neyðugari trygging av útlæntari útgerð. Stk. 5. Fyritøkan ber útreiðslur í samband við innlegging og rakstri. B. Eftirlitsstøðir Stk. 1. Fyritøkan og álitisfólkini kunnu gera avtalu um eftirlitsstøðir, sum kunnu nýtast til at hava eftirlit við dagligu sjálvvirkandi avgreiðsluni av rakstrinum. Avtalan skal vera góðkend av sáttmálapørtunum, áðrenn hon kemur í gildi. Stk. 2. Innanhýsis skal støða verða tikin til í minsta lagi hesi viðurskifti: 1. Tal av vaktum ísenn og longd av vaktunum 2. Løn fyri vakt/lokið arbeiði 3. Møgulig løn um starvsfólkið noyðist at koma á arbeiðsplássið 4. Løn fyri virksemi uttan fyri vaktartíðina 5. Planlegging/broyting av vaktum 6. Hvørjum systemøkjum kunnu støðirnar nýtast á 7. Hvussu skjótt hevur vaktin skyldu at lata við seg koma 8. Hvussu møguligt samband fer fram 9. Um eftirlitsuppgávur skulu gerast Stk. 3. Annars er 23A, stk. 3-5 galdandi. 24. Løn omanfyri stig 248E á Elektron Sáttmálapartarnir eru samdir um, at viðurskifti hjá starvsfólki við hægri løn enn stig 248E kunnu verða løgd til rættis sum niðanfyri nevnt undir stk. 1 ella stk. 2. Stk.1 Skrivlig avtala um løn og lønarregulering verður gjørd fyri hvørt einstaka starvsfólkið. Viðv. øðrum viðurskiftum í sambandi við starvið verður nevnt í avtaluni, at samsvarandi reglur galda sum fyri starvsfólk á stigi 248E, sambært sáttmálunum og avtalunum millum P/F Elektron og SFS. 16

Stk. 2 Serlig setanaravtala verður gjørd, sum í minsta lagi skal nevna niðanfyri standandi: 1. Løn og lønarregulering 2. Reglur um feriu og feriuviðbót 3. Reglur um sjúkraváttan, og 4. Farloyvi í sambandi við at ansa doyggjandi í heiminum. Haraftrat skal avtalan, har tað er viðkomandi, fyriskriva: 1. Reglur um farloyvi í sambandi við barnsferð 2. Reglur um farloyvi í sambandi við ættleiðing 3. Reglur um innleggjan á sjúkrahús av yngri barni Stk. 3 Avtalur sum nevndar undir stk. 1 ella stk.2 skulu innihalda reglur um, nær avtalan kann verða uppsøgd ella fara úr gildi. Hesar reglur skulu innihalda bæði skyldur hjá virkinum og hjá starvsfólkinum. Í avtaluni skal standa, at hon av sær sjálvari fer úr gildi, um lønin, sum er ásett í avtaluni, á tí sambært avtaluni setta reguleringardegi ella í minsta lagi 2 ár liggur/hevur ligið niðanfyri lønina á stigi 248E. Frá hesum degi kemur starvsfólkið undir reglurnar í 3 og verður innplaserað á nærmasta hægra lønarstig. 25. Gildiskoma og uppsøgn Hesin sáttmáli er galdandi frá 1. mai 2011. Sáttmálin kann uppsigast við 4 mánaðar freist til 30. apríl, tó í fyrsta lagi 30. apríl 2013. Tórshavn tann 15 /4-2011 Fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag Fyri Eik Banka, Norðoya Saprikassa, Suðuroyara Sparikassa og Jóhan Páll Joensen, formaður Anna Margretha Otthamar, formaður Marita Rasmussen, samráðingarleiðari Aleksandur Johansen, næstformaður Asbjørg Arge Súsanna Lydersen Jónleif Jacobsen 17

Skjal 1: Fyribils sett og avloysarar í Eik Banka/sparikassunum Fyribils sett starvsfólk og avloysarar verða teir fyrstu 3 mánaðirnir løntir minst ájavnt við Skrivstovuassistentalønarflokki I ár 1, tó starvsfólk við sparikassa- ella bankaútbúgving minst ájavnt við 1. lønarflokki: Sparikassaassistentar ár 3. Tá ið 3 mánaðir eru farnir, verður starvsfólkið fevnt av ásetingunum í sáttmálanum undantikið ásetingunum um eftirløn, sum ikki taka við fyrr enn starvsfólkið hevur verið í starvi í 12 mánaðir. 18

Skjal 2: Setanarskriv Setanarskrivið skal í minsta lagi innihalda hetta: 1. Samleika arbeiðsgevarans og arbeiðstakarans. 2. Adressan hjá arbeiðsstaðnum. 3. Lýsing av arbeiðnum ella tilskilan av heiti, tign, starvi ella starvsflokki. 4. Byrjunardagur fyri setanini 5. Hvussu leingi arbeiðið væntast at vara, um talan ikki er um fasta setan. 6. Rættindini hjá arbeiðstakaranum við atliti til frítíð 7. Longd av uppsagnartíð ella reglarnar um hetta 8. Upplýsingar um avtalaða løn og flokking í sáttmálanum við byrjan av setanini, og upplýsingar um møguliga viðbót, eftirlønargjald og gjalddagur fyri rindan av løn. 9. Tann vanliga arbeiðstíðin um dagin ella um vikuna. 10. Fyri parttíðarsett skal plasering av arbeiðstíðini tilskilast. 11. Upplýsingar um hvør sáttmáli og avtala(ur), eru galdandi fyri setanarviðurskiftini. Viðvíkjandi punkt 6, 7 og 11 kann fyritøkan vísa til galdandi lóggávu og sáttmála. 19

Skjal 3 a: Flokkingar í Eik Banka/sparikassunum Stk. 1 Næmingar Fyri næmingar verður lønin soleiðis: 1. mai 2011: 1. árið Kr.148.992 um árið Kr. 12.416 um mánaðin 2. árið Kr.162.092 um árið Kr. 13.507 um mánaðin 1.mai 2012 1. árið Kr. 156.889 um árið Kr. 13.074 um mánaðin 2. árið Kr. 170.683 um árið Kr. 14.224 um mánaðin Lønin verður javnað við teimum vanligum sáttmálajavningunum. Starvsaldursviðbót verður latin ársdagin fyri starvssetan næmingsins. Kann ein næmingur ikki fara til próvtøku fyrr enn eftir, at næmingatíðin er lokin, verður hann tó fluttur upp í 1. lønarflokk, tá ið næmingatíðin er lokin. Treyt fyri at verða verandi í hesum lønarflokki er, at próvtøkan verður staðin til vanliga tíð. Um próvtøka frá Fíggjarskúlanum ikki verður staðin, verður viðkomandi starvsfólk lønt í skrivstovuassistentalønarflokki 1. Stk. 2 Sparikassaassistentar 1. lønarflokkur Starvsfólk, ið hava lokið peningastovnsútbúgving, verða sett í lønarflokk 1, ár 3. Stk. 3 Sparikassaassistentar - 2. lønarflokkur Við setan í 2. lønarflokk kann, um so er, at 2 ella fleiri stig eru veitt sambært stk. 10, verður sæð burtur frá seinast vunna stigi. Lønarflokkingin verður henda: 1. lønarflokkur 2. lønarflokkur Ár Ár 1. - 3. 1. 4. 2. 5. 3. 6. - 7. 4. 8. 5. 9. 6. 10. 7. 11. - 12. 8. 13. 9. 20

Stk. 4 Skrivstovuassistentaflokkur 1 Upp í starvsaldurin verður talt undanfarið skrivstovuyrki íroknað útbúgving á handilsdagskúla upp í 2 ár rundað uppeftir til heilt tal av mánaðum. Aldursviðbót í starvi í sparikassa ella banka skal tó altíð verða tald við. Skrivstovuassistentar kunnu fáa bjóðað at taka Fíggjarskúlan. Eftir at hava lokið peningastovnsútbúgving, verður avvarðandi skrivstovuassistentur settur í 1. lønarflokk sambært. stk. 12. Stk. 5 Skrivstovuassistentaflokkur 2 Skal skrivstovuassistentur lønast eftir hesum lønarflokki frá setanardegnum, verður lønin á tí lønarstigi, ið liggur beint oman fyri ta løn, hann hevði fingið, um hann/hon varð lønt/ur eftir skrivstovuassistentarflokki I. Skrivstovuassistentar kunnu fáa bjóða at taka Fíggjarskúlan. Eftir at hava lokið peningastovnsútbúgving, verður avvarðandi skrivstovuassistentur settur í 1. lønarflokk sambært. stk. 12. Stk. 6 Umsjónarmenn Undanfarin og viðkomandi størv eftir 20 ára aldur verða tald upp í starvsaldurin, tó við í mesta lagi 6 árum. Verður starsbúni kravdur, skal sparikassin gjalda hann. Stk. 7 Útbúgvingarískoyti Tey starvsfólk, sum hava lokið SVK, Bankaskúla 2, Finansdiplom, Finansiel Videreuddannelse, Akademiútbúgving í fíggjarligari ráðgeving og HD, fáa eitt árligt eftirlønargevandi ískoyti, stórt kr. 14.125 pr. 01.05.2003 og kr. 14.690 pr. 01.05.2004. Ískoytið skal verða útgoldið 1. í komandi mánað eftir útbúgvingina og skal verða latið afturat mánaðarlønini við 1/12 hvørja ferð. Starvsfólk, sum hava lokið merkonomútbúgving innan 1. maj 2001 ella eru tilmeldaði merkonomútbúgvingina pr. 1. maj 2001, og sum ikki koma undir útbúgvingarískoytið omanfyri, fáa eisini útbúgvingarískoyti, stórt kr. 13.582, eftir lokna útbúgving. Tó skal útbúgvingin verða liðug í seinasta lagi 1. august 2006. Hetta er galdandi fyri starvsfólk í 1., 2. og 3. lønarflokki. Stk. 8 Persónsviðbøtur Afturat endaløn kunnu, eftir arbeiðsgevarans avgerð, veitast eftirlønargevandi persónsviðbøtur upp til hesar árligu upphæddir: Lønarflokkur: Afturat ársløn Afturat mánaðarløn 1. lønarflokkur kr. 12.729 kr. 1.060,75 2. lønarflokkur kr. 12.729 kr. 1.060,75 3. lønarflokkur kr. 12.729 kr. 1.060,75 21

4. lønarflokkur kr. 23.066 kr. 1.922,18 5. lønarflokkur kr. 30.748 kr. 2.562,33 6. lønarflokkur kr. 61.706 kr. 5.142,17 Umsjónarmenn kr. 18.458 kr. 1.538,17 Skrivstovuassistentar, lønarfl. I kr. 12.729 kr. 1.060,75 Skrivstovuassistentar, lønarfl. II kr. 18.458 kr. 1.538,17 Stk. 9 Persónligar viðbøtur, ið ikki geva eftirløn Eftir avgerð arbeiðsgevarans kunnu persónligar viðbøtur, ið ikki geva eftirløn, verða veittar starvsfólki, ið leggja serligt avrik úr hondum í upp til 2 ár, og eisini í teimum førum, tá ið starvsfólkið røkir hægri starv í upp til 1 ár. Tílíkar viðbøtur kunnu verða útgoldnar í einum ella verða lagdar afturat mánðarlønini. Stk. 10 Skipan í lønarflokkar & stighækkan Eik Banki/sparikassin tekur sjálvur avgerð um, í hvønn lønarflokk starvsfólkini skulu skipast. Stighækkanir umframt starvsaldurshækkanir kunnu fara fram. Stk. 11 Starvsaldur Starvsaldursviðbót verður latin ársdagin fyri starvssetan, tó aftaná framflyting, ársdagin fyri framflytingina. Við starvsaldur er at skilja tað tíðarskeið, starvsfólk samanlagt hevur arbeitt innan starvsøkið. Starvsaldurin verður roknaður soleiðis, at undanfarin størv innan viðkomandi starvsøkið verða tald upp í starvsaldurin við at runda starvstíðina upp til heilt mánaðartal. Stk. 12 Lønarflokkingarreglur við framflutningi Við framflutning til hægri lønarflokk - tó ikki tá talan er um framflutning frá 1. til 2. lønarflokk, sambært stk. 3, galda hesar reglur: Lønarhækkanin skal svara til minst 2 tær seinastu starvsaldursviðbøturnar. Fellur framflutningurin saman við tí degi sum starvsaldurshækkan annars skuldi farið fram, verður viðbótin hendan dagin roknað sum seinast veitta starvsaldursviðbótin. Lønarhækkanin verður annars roknað við teimum lønum sum grundarlag, sum galda, tá ið framflutningurin fer fram, tá ið sæð verður burtur frá viðbótum, ið verða latnar sambært stk. 9. Verður lønin hækkað við 2 ella fleiri stigum sambært stk. 10, kann harumframt verða sæð burtur frá seinast innvunna lønarstignum. Lønin verður tá ásett á tí lønarstigi, ið liggur beint oman fyri í tí nýggja lønarflokkinum, tó ikki hægri enn endaløn í hesum lønarflokki. 22

Skjal 3 b: Flokkingar o.a. á Elektron Stk. 1 Útbúgvingarætlan Teoretisk og praktisk víðari- og eftirútbúgving av starvsfólkunum hevur stóran týdning bæði fyri tað einstaka starvsfólkið og fyri fyritøkuna. Útbúgving av starvsfólkunum skal tískil støðugt verða lagað eftir bæði tørvinum hjá fyritøkuni og eftir evnum og ynskjum hjá tí einstaka starvsfólkinum. Útbúgvingarspurningurin skal takast upp við hvørt einkult starvsfólk einaferð um árið. Stk. 2 Farloyvi til útbúgving Starvsfólk, sum hava starvast í fyritøkuni í minsta lagi 2 ár, kunnu, tey árini tey ikki eru undir aðrari útbúgving í samráð við fyritøkuna, fáa farloyvi til útbúgving uttan lønarmiss í mesta lagi 1 viku. Tá ið farloyvið verður lagt til rættis, skal hetta verða lagað eftir arbeiðinum í fyritøkuni. Stk. 3 Flokking Starvsfólk verða innplaserað í lønarflokkarnar sambært niðanfyrinevndu reglum. Stk. 4 Tá ið starvsfólk verður sett, verður tað innplaserað á 1. stig í lønarflokkinum, sum starvið verður lønt eftir sambært stk 7, uttan so at starvsfólkið frammanundan hevur vunnið sær starvsaldur við edv-arbeiði á øðrum arbeiðsplássi ella á annan hátt hevur vunnið sær edv-kunnleika, sum fyritøkan metir at geva førleika til hægri innplasering. Starvsfólk, sum fyritøkan flytir úr øðrum arbeiði til edv-arbeiði, verða innplaserað á sama ella nærmasta hægra stig í lønarflokkinum, sum starvið verður lønt eftir samb. stk 7, tá ið árliga tímatalið er rættað. Møguligur starvsaldur og endaløn verða varðveitt. Stk. 5a Fulltíðarsett starvsfólk, sum avrika eitt serliga gott arbeiði og/ella hava serligar førleikar, og/ella hava lokið hægri útbúgving, meðan tey hava verið í starvi á Elektron, kunnu flytast á hægri lønarstig við at verða innplaserað á sama starvsaldursár í ein hægri lønarflokk - tó í mesta lagi tann hægsta lønarflokkin, sum starvið sambært stk. 7 verður lønt eftir. Í avvarðandi hægsta lønarflokki kunnu eyka lønarstig verða latin í sama lønarflokki. Stk. 5b Parttíðarsett starvsfólk, sum avrika eitt serliga gott arbeiði og/ella hava serligar førleikar, og/ella hava lokið hægri útbúgving, meðan tey hava verið í starvi á Elektron, kunnu flytast á hægri lønarstig í sama ella hægri lønarflokki - tó í mesta lagi í tí hægsta lønarflokkinum, sum starvið sambært stk. 7 er lønt eftir. Parttíðarsett starvsfólk, sum hava eina arbeiðstíð sum svarar til hálvt starv ella meira, vinna fullan starvsaldur eins og fulltíðarsett starvsfólk. Arbeiðir starvsfólk minni enn hálva tíð, verður starvsaldurin roknaður lutfalsliga. Stk. 6 Uppflyting í hægri lønarflokk fer fram við flyting í hægri starv, smb. stk. 7. 23

Stk. 7 Innplasering av fult útbúnum starvsfólkum A. Operatørur Operatørurin ansar maskinunum í samsvari við reglurnar fyri hesar og tryggjar avgreiðslu av framleiðsluni eftir fastløgdu koyrsluætlanini. Operatørurin hevur eftirlit við maskinunum og handlar eftir boðum teirra. Operatørurin kann taka ímóti og gera tilfar til raksturin klárt og kann taka sær av at eftirviðgera og senda tilfarið. Operatørurin kann, um neyðugt og eftir nærri leiðreglum, gera broytingar í koyrsluætlanini o.t. fyri at tryggja best møguliga avgreiðslu av framleiðsluni. Starvsheiti: Innplasering Viðbót, smb. 21 til og við: Operatørur Lønarfl. 208 Lønarfl. 211 Operatørur I Lønarfl. 212 Lønarfl. 220 Operatørur II Lønarfl. 221 Lønarfl. 225 Operatørur III Lønarfl. 226 Lønarfl. 229 Operatørur IV Lønarfl. 230 B. Systemkonstruktørur (programmørur/systemplanleggjari) Uppgávan hjá systemkonstruktørinum er, sjálvstøðugt ella saman við einum verkætlanarbólki/arbeiðsbólki, at byggja system upp í smálutum. Systemkonstruktørurin kann taka lut í arbeiðinum at avmarka verkætlanirnar og kann taka lut í analysu- og bygnaðarstiginum fram til og við, tá ið systemini ella partar av teimum eru liðug og skulu roynast og avhendast - tað veri seg nýmenning ella broytingar í verandi applikatiónum. Systemkonstruktørurin kann harafturat hava sambandið við brúkararnar av systemunum. Starvsheiti: Innplasering: Viðbót, smb. 21 til og við: Systemkonstruktørur *) Lønarfl. 212 Lønarfl. 220 Systemkonstruktørur I Lønarfl. 221 Lønarfl. 225 Systemkonstruktørur II Lønarfl. 226 Lønarfl. 229 Systemkonstruktørur III Lønarfl. 230 Lønarfl. 234 Systemkonstruktørur IV Lønarfl. 235 *) Systemkonstruktørar við EDV-útbúgving ella tilsvarandi royndum, verða í seinasta lagi á 2 ára degnum eftir setanina fluttir upp í lønarflokk 214 og varðveita higartil vunnan starvsaldur. C. Systemprogrammørur Systemprogrammørurin planleggur, byggir upp, viðlíkaheldur og roynir stýrisystemini og hjálpiprogrammini, sum eru neyðug fyri at tryggja, at maskinurnar verða útnyttaðar til fulnar. Systemprogrammørurin byggir upp og viðlíkaheldur databasur og virkar sum ráðgevi hjá programmørunum í sambandi við serliga fløkjasligar programmeringstrupulleikar. 24

Systemprogrammørurin kann taka lut í arbeiðinum at planleggja og leggja tólbúnað (hardware) inn, og at byggja linjunet upp. Starvsheiti: Innplasering: Viðbót, smb. 21 til og við: Systemprogrammørur Lønarfl. 215 Lønarfl. 220 Systemprogrammørur I Lønarfl. 221 Lønarfl. 225 Systemprogrammørur II Lønarfl. 226 Lønarfl. 229 Systemprogrammørur III Lønarfl. 230 Lønarfl. 234 Systemprogrammørur IV Lønarfl. 235 D. Rakstrarráðgevi Rakstrarráðgevin hevur eftirlit við inn- og útdata, ger koyrsluætlanir til maskinurnar, ger koyrslur til framleiðsluna klárar, stendur fyri program- og datasøvnum, skráseting av royndum og framleiðslu og skráseting av datasøvnum, tekur lut í arbeiðinum at skráseta raksturin og fylgir upp trupulleikum, ið stinga seg upp við programmum í framleiðslu. Rakstrarráðgevin kann taka lut, tá ið nýggj og broytt program verða roynd og sett í verk í framleiðslu, og tá trygdarskipanir verða royndar. Hann kann eisini taka lut í menning av verkætlanum. Rakstrarráðgevin kann haraftrat taka lut, tá ið tólbúnaður (hardware) verður innlagdur, linjunet verða bygd upp og í fyrisiting av datasøvnum. Starvsheiti: Innplasering: Viðbót, smb, 21 til og við Rakstarráðgevi Lønarfl. 212 Lønarfl. 220 Rakstarráðgevi I Lønarfl. 221 Lønarfl. 225 Rakstarráðgevi II Lønarfl. 226 Lønarfl. 229 Rakstarráðgevi III Lønarfl. 230 Lønarfl. 234 Rakstarráðgevi IV Lønarfl. 235 E. Skrivstovufólk v.m. (Bókhald og móttøkufólk) Starvsheiti: Innplasering: Viðbót, smb. 21 til og við: Skrivstovufólk Lønarfl. 204 Lønarfl. 216 Skrivstovufólk I Lønarfl. 217 F. Umsjónarfólk v.m. (Húsavørðar og goymslufólk) Starvsheiti: Innplasering: Viðbót, smb. 21 til og við: Umsjónarfólk Lønarfl. 204 Lønarfl. 216 Umsjónarfólk I Lønarfl. 217 G. Systemteknikarar Systemteknikarin fyriskipar innlegging av sentralari og desentralari edv-útgerð og uppbygging av linjuneti. 25

Systemteknikarin klárger edv-útgerð. Herundir innlegging av operativsystemum og nýtsluskipanum. Systemteknikarin hevur ábyrgdina av fyribyrgjandi hardwarearbeiði. Systemteknikarin umvælir edv-útgerð. Herundir sjálvtøkur. Starvsheiti: Innplasering: Viðbót, smb. 21 til og við Hardwareteknikari Lønarfl. 212 Lønarfl. 220 Hardwareteknikari I Lønarfl. 221 Lønarfl. 225 Hardwareteknikari II Lønarfl. 226 Lønarfl. 229 Hardwareteknikari III Lønarfl. 230 Lønarfl. 234 Hardwareteknikari IV Lønarfl. 235 26

Skjal 4 a: Uppskot til avtalu um flekstíðarskipan í Eik Banka/sparikassunum Lokale aftaler om flekstid Efter ønske fra personale kan der indgås aftaler om flekstid inden for rammerne af nærværende aftale i de enkelte virksomheder. En lokal aftale, der går ud over rammerne i nærværende aftale, kan kun indgås med forbehold for godkendelse af SFS og FAG. 1. Formål Formålet med en flekstidsordning skal være at give den enkelte medarbejder mulighed for, inden for visse rammer, selv at tilrettelægge sin daglige arbejdstid for at fremme arbejdstilfredsheden og - effektiviteten og dermed virksomhedens drift. Med den større frihed følger naturligt større ansvar. Medarbejderen må tilrettelægge sit arbejde under hensyntagen til virksomhedens tarv. En flekstidsordning bør altid indføres som en forsøgsordning på fx 6 eller 12 måneder, og det bør fremgå af flekstidsaftalen, at forsøgsordningen efter dennes udløb skal vurderes med henblik på stillingtagen til ordningens eventuelle videreførsel. 2. Aftalen omfatter En flekstidsaftale kan omfatte hele virksomheden eller dele heraf. Det er frivilligt for den enkelte medarbejder at deltage i flekstidsordningen, men det bør i aftalen fastsættes, at det er en betingelse for forsøgsordningens iværksættelse og eventuelle videreførelse efter forsøgsperiodens udløb, at en nærmere angivet del af medarbejderne ønsker at deltage. Der må imidlertid tages forbehold for, at det for enkelte eller grupper af medarbejdere, hvis arbejde er vanskeligt foreneligt eller uforeneligt med en flekstid, kan aftales, at de pågældende kan holdes uden for aftalen, eller at aftalen gælder med visse begrænsninger. En flekstidsaftale bør indeholde bestemmelser om, hvordan der forholdes i tilfælde af misbrug af systemet. 3. Definitioner på normtid, daglig arbejdstid, fikstid, flekstid mv. a. Normtiden er den normale overenskomstmæssige arbejdstid på 37 timer pr. uge, eksklusive frokostpauser. Normtiden for de enkelte måneder skal meddeles af virksomheden. 27

b. Daglig arbejdstid. For medarbejdere omfattet af en flekstidsordning fastsættes en daglig arbejdstid efter de almindelige arbejdstidsbestemmelser og hermed en daglig arbejdstidsnorm (dagligt timetal). c. Fikstiden er det tidsrum på dagen, hvor den enkelte medarbejder/alle medarbejdere skal være til stede. (Fikstiden vil i kundeorienterede afdelinger som altovervejende hovedregel skulle være sammenfaldende med virksomhedens åbningstid). d. Flekstiden er de perioder, hvor medarbejderen/medarbejderne dagligt har mulighed for at vælge at begynde arbejdet, henholdsvis slutte arbejdet. Flekstiden fastsættes i den lokale aftale, men bør ikke begyndes før kl. 07.00 eller slutte efter kl. 18.00, respektive kl. 19.30 på dage med aftenekspedition/lang ekspeditionstid. Der kan i den lokale aftale fastsættes mulighed for udvidelse af flekstiden efter aftale i hvert enkelt tilfælde mellem den enkelte medarbejder og afdelingens leder. e. Opgørelsesperioden skal være af en måneds varighed. f. Præsteret tid er den tid, den enkelte medarbejder har præsteret i løbet af måneden. Ved fravær en hel arbejdsdag på grund af sygdom, ferie mv. godskrives medarbejderen for den del af fraværet, der falder inden for vedkommendes daglige arbejdstid. g. Flekssaldo er det tidsoverskud (plus-tid), henholdsvis tidsunderskud (minus-tid), der tillades på opgørelsestidspunktet, og som kan overføres til næste måned. Flekssaldoen må ikke overstige +/- x/y timer på opgørelsestidspunktet. Hvis der på grund af helt særlige omstændigheder skulle være opstået en plus-/minustid ud over x/y timer, skal timerne ud over +/- x/y udlignes inden udgangen af næste opgørelsesperiode. Plus-tid kan normalt kun udlignes inden for flekstiden. Personer i opsagt stilling kan ikke oparbejde flekssaldo i den sidste ansættelsesmåned, og eventuel tidligere saldo skal være afviklet senest 14 dage før fratrædelsen. h. Beordret arbejde inden for vedkommendes daglige arbejdstidsnorm medregnes som præsteret arbejdstid. Beordret arbejde ud over vedkommendes daglige arbejdstidsnorm honoreres efter overenskomstens regler om overarbejde. 28

4. Fravær fra arbejdet En flekstidsaftale bør indeholde regler om fravær herunder i hvilke tilfælde fravær kan finde sted i fikstiden, og hvilke former for fravær der medregnes/ikke medregnes ved opgørelsen af præsteret tid. 5. Tidsregistrering Tidsregistreringssystemet og dets benyttelse beskrives i detaljer i aftalen, idet bemærkes, at automatisk tidsregistrering kan være en naturlig konsekvens af indførelse af en flekstidsordning. 6. Ikrafttrædelsestidspunkt og opsigelsesregler Tidspunktet for forsøgsordningens/ordningens ikrafttrædelse samt opsigelsesregler fastlægges. For eventuel forsøgsordning anføres, hvilken varighed forsøgsordningen har, og om ordningen skal opretholdes i vurderingsfasen. 7. Aftaleparternes godkendelse En flekstidsaftale, der er indgået med forbehold for SFS s og FAG's godkendelse jf. præamblen -, eller ændringer i en sådan, kan først iværksættes efter, at SFS og FAG har godkendt aftalen. 29

Skjal 4 b: Flekstíðarskipan á Elektron Stk. 1. Flekstíðarskipan er innførd fyri at nøkta tørvin hjá fyritøkuni og starvsfólkunum. Flekstíðin er ikki ætlað at røkja annað arbeiði framíhjá í vanligu arbeiðstíðini. Miðað skal verða fram ímóti, at dagliga arbeiðstíðin hjá starvsfólkunum skal vera millum 6 og 10 tímar, frá mánadag til fríggjadag. Vanliga arbeiðstíðin byrjar kl 8.00. Dagliga arbeiðstíðin skal lagast eftir uppgávum og tørvinum hjá fyritøkuni annars. Stk. 2. Møguligt meirarbeiði skal útjavnast so skjótt arbeiðsumstøðurnar loyva tí. Avtala skal fyriliggja skrivliga í seinasta lagi 3 mánaðar eftir upparbeitt meirarbeiði ella tá flekssaldoin er +40/- 10 tímar. Flekssaldo er tað tíðaryvirskot (plus-tíð) ávv. tíðarundirskot (minus-tíð), sum loyvt er at hava, tá gjørt verður upp, og sum kann verða flutt til næsta mánað. Meirarbeiðið verður avspákað 1 til 1 tíma. Um fyritøkan velur at avrokna kontant, er lønin fyri hvønn meirarbeiðstíma 1:1. Meirarbeiði er tann tíð, út yvir vanligu arbeiðstíðina, ið tað einstaka starvsfólkið hevur upparbeitt í einum ávísum tíðarskeiði. Stk. 3 Starvsfólk í uppsøgdum starvi kunnu ikki upparbeiða flekssaldo tann seinasta mánaðin, tey eru í starvi, og møgulig saldo frá fyrr skal verða avgreidd í seinasta lagi 14 dagar, áðrenn viðkomandi fer úr starvi. Stk. 4 Fikstíðin er frá kl. 9.30 til kl. 12.00 og frá kl. 13.30 til 15.30, frá mánadag til fríggjadag. Fikstíðin er tey tíðarskeið á degnum, tá starvsfólkini skulu vera til arbeiðis. 30

Skjal 5: Protokollat um ambæting av sjálvtøkum í Eik Banka/sparikassunum og serlig boðsending Ambæting av sjálvtøkum P/F Elektron hevur gjørt eina elektroniska skipan til at ansa eftir sjálvtøkunum hjá sparikassunum. Sum ein fylgja av hesum er henda avtala gjørd. Fyri tær deildir, sum hava eina sjálvtøku, verður stovnað ein telefonketa við starvsfólkum, sum Elektron kann, um neyðugt, seta seg í samband við. Deildarleiðarin á staðnum skal syrgja fyri, at telefonketan verður sett á stovn á deildini. Listin yvir telefonketuna verður síðandi sendur til Elektron og EDV-deildina í sparikassanum. Starvsfólk kunnu ikki verða áløgd at luttaka í telefonketuni, sum man til eina og hvørja tíð kann velja at fara burturúr. Samsýningin fyri tilkall er kr. 400,- fyri hvørja ferð, um vitjanin ikki er longri enn 1 tími. Er tørvur á service, sum tekur meira enn 1 tíma, verður hvør eftirfylgjandi byrjaður tími samsýndur við kr. 200,-. Samsýnt verður fyri ta tíð, sum starvsfólkið er burtur frá sínum bústaði. Útreiðslur til ferðing verða bara samsýndar, um tað er meira enn 5 km millum bústað og sjálvtøku, og tá verða rindaðir kilometurpengar eftir galdandi takstum fyri allan teinin. Við hesum dettur skjal um protokollat um ambæting av sjálvtøkum burtur. Serlig boðsending: Fyri serliga boðsending uttanfyri vanliga arbeiðstíð í sambandi við ávaringarkall og aðrar tekninskar innleggingar, døgnboks, o.t. verður avroknað eftir reglum fyri yvirarbeiði/frígongu sambært 4 og 6. Avroknað verður fyri í minsta lagi 2 tímar, ferðing íroknað, men í mesta lagi frá tí at starvsfólkið varð boðsent til ta løtu, tá ið vanligur arbeiðsdagur hjá avvarðandi byrjar. Ferðaútreiðslur verða goldnar eftir rokning. 31

Skjal 5a: Protokollat um eldrapolitikk Protokollat um eldrapolitikk: Partarnir eru samdir um, at ein virkin eldrapolitikkur er til frama fyri bæði fyritøku og starvsfólk. Tað áliggur leiðslunum í fyritøkunum, sum henda semja viðvíkur, at arbeiða fyri at fáa eldrapolitikk innførdan á arbeiðsplássum, har hetta ikki longu er galdandi. Endamálið við einum eldrapolitikki er at geva hesum starvsbólki serligan ans, veita teimum møguleikar og tilboð, sum eru í tráð við teirra lívs- og yrkisstøðu og støðuna hjá fyritøkuni. Sum meginregla merkir hetta, at fyritøkan setur orku av til at kanna hvønn tørv og hvørji ynski, hesin starvsbólkur hevur, og viðger í hvønn mun fyritøkan kann ganga hesum ynskjum og tørvi á møti. Hetta kann gerast við at bjóða eldrasamrøður til starvsfólk eftir ávísan aldur. Ein eldrapolitikkur kann innihalda nøkur heilt ítøkilig tilboð viðvíkjandi niðursettari arbeiðstíð, feriudøgum e.o. fyri starvsfólk, sum eru 60 ár og eldri. 32

Skjal 6: Avtala um álitisfólk millum FAG og SFS 1. Val av álitisfólkum Stk. 1. Limir í SFS hava rætt til at velja álitisfólk sambært hesum reglum. Stk. 2. Vald verða upp til 8 álitisfólk fyri Eik Banka, 2 fyri Norðoya Sparikassa, 1 fyri Suðuroyar Sparikassa og 2 fyri Elektron, umframt 2 varaálitisfólk á Elektron. Býtið av álitisfólkunum verður avtalað millum leiðsluna í viðkomandi fyritøku og SFS. Stk. 3. Álitisfólkini í hvørjari fyritøku velja sínámillum eitt felags álitisfólk. Stk. 4. Álitisfólkini velja sínámillum trygdarumboð. 2. Valbæri Álitisfólkini verða vald millum viðurkend dugnalig starvsfólk við royndum og innliti í viðurskiftini hjá fyritøkuni. Bara starvsfólk í føstum størvum kunnu veljast til álitisfólk. Starvsfólk sett við royndartíð, tíðaravmarkaði størv ella starvsfólk, sum eru uppsøgd, kunnu ikki verða vald til álitisfólk. Valbæri fer úr gildi beinanvegin ein verður uppsagdur. Næmingar kunnu ikki verða valdir til álitisfólk. 3. Valtíðarskeið Stk. 1. Vanligt val av álitisfólkum fer fram annað hvørt ár (ólíka árstøl) í november mánað. Álitisfólk taka við í seinasta lagi 1. januar árið eftir. Álitisfólk kunnu verða afturvald. Stk. 2. Um so at eitt álitisfólk í valtíðarskeiðnum flytir til annað valdømi ella av øðrum grundum ikki er ført fyri at røkja álitismannauppgávurnar, kann eitt nýtt álitisfólk veljast fyri restina av tíðarskeiðnum. Við longri fráveru kann eitt fyribils álitisfólk veljast fyri fráverutíðarskeiðið. 4. Valmannagongd Stk. 1. Val sambært 3 verður fyriskipað av SFS. Álitisfólk eru vald frá tí løtu, fyritøkan fær kunnleika til valúrslitið. Leiðslan á fyritøkuni skal hava fráboðan um úrslitið av valinum. Valið fær ikki gildi, fyrr enn tað er góðtikið av SFS og fráboðað fyritøkuni skrivliga. Stk. 2. Í fráboðanini sambært stk. 1 skal standa dagfesting, nær valið fór fram, navn og starvsheiti hjá valda og hvørjum øki viðkomandi er valdur sum álitisfólk fyri, umframt hvussu nógvir limir hjá SFS luttóku í valinum. Fráboðanin skal vera undirskrivað av valda álitisfólkinum. 33

Stk. 3. Møgulig mótmæli móti valinum skal vera SFS í hendi í seinasta lagi 4 vikur eftir móttøku av skrivligu fráboðanini um úrslitið av valinum. Er ósemja, verður málið lagt fyri gerðarrætt. 5. Val av felags álitisfólki Stk. 1. Álitisfólkini velja sínaámillum eitt felagsálitisfólk, sum hevur til uppgávu at samskipa samstarvið millum einstøku álitisfólkini og leiðsluna á fyritøkuni. Stk. 2. Val av felagsálitisfólki fer fram beint eftir at álitisfólkini eru vald, smb. 4 og freistin fyri at mótmæla, smb. somu, er farin. 6. Virki álitisfólksins Stk. 1. Álitisfólkið umboðar limirnar og hevur, eftir ynski frá einum starvsfólki, rætt til at leggja fyrispurningar, klagur og tilmæli fyri leiðsluna. Er álitisfólkið ikki nøgt við avgerðina hjá leiðsluni, stendur tað viðkomandi frítt fyri at heita á felagsálitisfólkið um at taka sær av málinum. Stk. 2. Viðvíkur eitt mál bert einum limi ella einstøkum limum í felagnum, leggur hesin/leggja hesi sjálv málið fyri leiðaran av eindini ella varaleiðaran. Tey hava tó rætt til at heita á álitisfólkið um at gera tað. Leiðslan á fyritøkuni kann altíð seta seg beinleiðis í samband við einstaka limin. Tá limir eru vorðnir kunnaðir um tey viðurskifti, ið hava týdning í málinum, hevur viðkomandi møguleika til at senda boð eftir álitisfólkinum, smb. stk. 1. Stk. 3. Í sambandi við lækking í løn hjá einum limi, verður álitisfólkið kunnað frammanundan. Kunning verður framd í so góðari tíð vanliga 7 dagar áðrenn at álitisfólkið er so væl fyri sum møguligt at røkja áhugamálini hjá limunum. At felagsálitisfólkið ella álitisfólkið luttekur í orðaskiftinum við leiðsluna treytar samtykki frá liminum. Er slík luttøka ikki farin fram, kunnar leiðslan eftirfylgjandi um úrslitið frá orðaskiftinum. Felagsálitisfólkið/álitisfólkið hevur rætt til at kunna SFS um lønarlækkingina. SFS hevur rætt til, um fakrættarliga vegin, at reisa málið, um lønarlækkingin er í stríð við sáttmálan. Um málið bara snýr seg um eina meting av persónliga avrikinum hjá einum limi, kann málið bara reisast við samtykki frá viðkomandi limi. Stk. 4. Tá ávaring verður givin, verður avrit sent til álitisfólkið. Út yvir orðið ávaring skal ávaringin innihalda eina frágreiðing av teimum viðurskiftum sum ávaringin er grundað á, og eina ávísing av teimum krøvum, starvsfólkið skal lúka fyri at fylgja ávaringini. Starvsfólkið skal kvitta fyri móttøku av ávaringini, og hevur rætt til skrivliga at gera viðmerkingar til ávaringina innan 7 dagar. Uppsøgn er treytað av, at álitisfólkið er kunnað frammanundan, her verður sæð burtur frá burturvísing. 34

Kunning skal vera latin í so góðari tíð vanliga 7 dagar áðrenn at álitisfólkið er so væl fyri sum møguligt at røkja áhugamálini hjá limunum. Í sambandi við uppsagnir í fyritøkuni verður fráboðað til felagið. 7. Samstarv og kunning Stk. 1. Álitisfólkið skal sum lið millum starvsfólk og leiðsluna virka fyri røkt og fremjan av friðarligum og góðum samstarvi. Stk. 2. Tað áliggur álitisfólkinum og leiðsluni sínámillum at kunna hvørt annað um viðurskifti í fyritøkuni, sum verða mett at hava ella fáa týdning fyri arbeiðs- og starvsfólkaviðurskiftini, herímillum kunning um til- og frágongd og flytan av starvsfólki. Stk. 3. Verða broytingar framdar í eindini, sum kann væntast at hava ella fáa týdning fyri arbeiðsviðurskiftini hjá starvsfólkunum, skal álitisfólkið kunnast so tíðliga sum gjørligt, og áðrenn tað verður sett í verk, hava møguleika til at seta fram síni sjónarmið. Stk. 4. Umrøður millum leiðsluna í eindini og álitisfólkið fara fram, tá annar av pørtunum ynskir tað. Sama er galdandi fyri umrøður millum leiðsluna á fyritøkuni og felagsálitisfólkið. Stk. 5. Álitisfólkið skal fremja virki sítt sum talsmaður fyri limirnar við fyriliti fyri áhugamálum limanna og fyritøkunnar. 8. Umstøður fyri arbeiðinum hjá álitisfólkum Stk. 1. Tað arbeiði, sum álitisfólkið ger í fyritøkuni fyri at fremja virki sítt, kann verða gjørt í arbeiðstíðini - upp til 8 dagar árliga, men tó soleiðis, at tað nervar arbeiðið í fyritøkuni minst møguligt. Um álitisfólkið fer frá arbeiði sínum fyri at røkja skyldur sínar, skal hetta framman undan vera avtalað við leiðaran á staðnum ella varafólk hansara. Fer álitisfólkið frá arbeiði sínum uttan at hava havt møguleika fyri at avtala við leiðaran/varafólkið frammanundan, skal henda frávera fráboðast sum skjótast. Stk. 2. Til grundútbúgving og eftirútbúgving av álitisfólki, letur fyritøkan frí við løn til luttøku í viðkomandi skeiðvirksemi. Útbúgvingin skal ikki órógva arbeiðsgongdina í fyritøkuni, og verður gjørd nærri reglugerð hesum viðvíkjandi millum fyritøkuna og SFS. 9. Uppsøgn av álitisfólki Stk. 1. Verður álitisfólk sagt úr starvi, skal hetta vera grundað á tvingandi orsøkir. Metir fyritøkan, at tað er neyðugt at siga viðkomandi úr starvi, verða samráðingar millum felagið og fyritøkuna, áðrenn uppsøgnin verður framd. Felagið kann um onki úrslit spyrst burturúr partanna millum leggja málið fyri gerðarrætt. 35

Nevndarlimir í SFS og limir í samstarvsnevndini eru eisini fevnd av reglunum um uppsøgn av álitisfólkum. Stk. 2. Heldur fyritøkan fast við uppsøgnina hóast viðgerð í gerðarrætti, sum ikki tekur undir við avgerðini hjá fyritøkuni, verður uppsagnartíðin og endurgjaldið sambært 12 í sáttmálanum og sambært starvsmannalógini tvífaldað. Stk. 3. Uppsagnarverjan av álitisfólki heldur fram í 18 mánaðir eftir, at starvsfólkið er farið frá sum álitisfólk. 36

Skjal 7a: Avtala um samstarvsnevnd í Eik Banka/sparikassunum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag (FAG) og Starvsfólkafelag Sparikassanna í Føroyum (SFS) galdandi fyri Eik Banka/sparikassarnir í Føroyum 1. Inngangur Stk. 1. Sett verður á stovn samstarvsnevnd (SN) við minst 3 limum fyri ávíkavist leiðslu (A-bólkin) og starvsfólk (B-bólkin), har tað í fyritøkuni arbeiða 35 starvsfólk ella fleiri. Stk. 2. Á arbeiðsplássum, har tað starvast færri enn 35 starvsfólk, verður samstarvsnevnd sett á stovn, um leiðsla ella ein meiriluti av starvsfólkunum ynskja tað. Samstarvsnevndin kann eftir avgerð stjórnarinnar verða 4 ella 6 limir, harav stjórnin setir ávíkavist 2 ella 3 limir, og starvsfólkini velja hinar 2 ella 3 limirnar millum valdu álitisfólkini, nevndarlimirnar í SFS og/ella starvsfólkaumboðini í umsjónarráðnum/nevndini fyri arbeiðsplássið. 2. Endamál, arbeiði og uppgávur hjá SN Stk. 1 Endamál Samstarvsavtalan hevur til endamáls at bøta um kappingarføri og rakstrarúrslit hjá fyritøkuni eins og at fáa arbeiðsgleðið millum starvsfólkini og mest møguligan starvstryggleika. Hetta verður roynt við at skifta meiningar og uppskot, sum kunnu vera partur av grundarlagnum fyri avgerðunum hjá leiðsluni og gjøgnum kunning. Stk. 2 Uppgávur SN skal vera eitt forum at tosa um: a. vanlig viðurskifti sum hava týdning fyri starvs- og starvfólkaviðurskifti, so sum útbúgving, eftirútbúgving, umskúling, nýtslu av tøkni í fyritøkuni v.m. eins og grundreglur fyri tilrættaleggjan av hesum b. arbeiðsstøðuna í fyritøkuni c. størri broytingar í virkseminum hjá fyritøkuni, rationaliseringstiltøk og bygnaðarbroytingar, sum kunnu hava stóran týdning fyri trivnaðin og tryggleikan hjá starvsfólkinum. A-bólkurin syrgir fyri, at givin verður ein slík kunning í SN um fíggjarstøðuna hjá fyritøkuni, at limirnir hava neyðugu fortreytirnar fyri skikkaðir at kunna meta um tey evni, ið vera viðgjørd í SN. Stk. 3 Arbeiðsháttur SN skal um møguligt blandast uppí so tíðliga sum gjørligt, soleiðis at sjónarmiðini hjá B-bólkinum kunnu vera við í avgerðargrundarlagnum hjá leiðsluni. Partarnir eru samdir um at royna at fáa semju í stóran mun um tey viðurskifti, sum tosað verður um í SN. Stk. 4 Óviðkomandi fyri SN 37

Nevndin viðger ikki spurningar, sum viðvíkja stovning, leingjan, uppsøgn, tulking ella tillaging av sáttmálum, ella sum heild spurningar, sum náttúrliga hoyra til arbeiðsøki hjá felagnum. Somuleiðis fæst SN ikki við spurningar um viðurskifti og umstøður hjá einkultpersónum. 3. Meginregla fyri arbeiðinum hjá SN A. Upplýsingar til SN Latið verður SN tær upplýsingar, ið eru neyðugar fyri arbeiðið í SN sambært 2. SN hevur skyldu til at viðgera fingnar upplýsingar í trúnaði sambært lógum, børsetiske regler, trúnaðarfyriliti v.m. B. Tryggleiki og trivnaður hjá starvsfólkunum Tað hevur stóran týdning fyri fyritøkuna og starvsfólkið, at hvør einstakur starvsfelagi kennir seg nøgdan við tað dagliga arbeiðið og mest møguligan tryggleika í starvinum. Eitt týdningarmikið ráð, fyri at náa hetta mál, er, at kunning fer fram so hvørt millum leiðslu og starvsfólk um viðurskifti, ið hava týdning fyri fyritøkuna, starvsfólkið og samstarvið millum leiðsluna og starvsfólk. Hevur fyritøkan ætlanir um tiltøk, sum hava ávirkan á trivnaðin og tryggleikan hjá starvsfólkunum, skal leiðslan í fyritøkuni so tíðliga sum gjørligt kunna SN um nevndu viðurskifti. Hendan kunning skal umfata endamál, hvussu og í hvønn mun hetta fer fram eins og eina meting av fylgjunum av tiltøkunum. C. Tøkni Tá tøkni verður innførd ella broytt, er tað uppgávan hjá SN at viðgera tøkniligu og fíggjarligu fylgjurnar og fylgjurnar hetta hevur fyri starvsfólkini. Fyritøkan eigur tí so tíðliga sum gjørligt at kunna SN um tey nevndu viðurskiftini. Hendan kunning skal umfata endamál, hvussu og í hvønn mun hetta fer fram eins og eina meting av fylgjunum av broytingunum. SN eigur tí at tosa um útbúgving, rokering, umskúling ella annað arbeiði fyri tey starvsfólk, ið verða ávirkað av broytingunum. Harafturat skal leiðslan regluliga kunna samstarvsnevndina, við luttøku av leiðaranum á EDVdeildini, um ætlanir og gongdina á tí tøkniliga økinum. D. Uppskot frá starvsfólkunum Nevndin metir um og gevur møguligt tilmæli til leiðsluna á fyritøkuni um uppskot, sum eru komin inn frá ella gjøgnum ein lim í SN um betran av arbeiðshættum og arbeiðsviðurskiftum til gagns fyri fyritøkuna og starvsfólkini. Uppskot frá starvsfólki, sum eru mett at vera hóskandi at viðgera í SN, verða sett fram gjøgnum ein av limunum í SN, fyri at SN kann gera eina meting av, um uppskotið eigur at vinna frama. 38

4. Útbúgving og frídagar í sambandi við arbeiði í SN Fyri at røkja arbeiðið í SN kann vera tørvur á supplerandi útbúgving fyri B-bólkin í nevndini. Fyritøkan gevur møguleika fyri, at B-bólkurin kann taka lut í relevantari útbúgving. Avtala hesum viðvíkjandi verður gjørd millum fyritøkuna og starvsfelagan, og letur fyritøkan frídagar við løn. 5. Serkøn Tá viðurskifti verða viðgjørd, sum krevja eina serstaka bakgrundsvitan, kann SN, um semja er um tað, lata serkønar starvsfelagar, ið ikki eru limir í SN, luttaka á SN fundinum. 6. Útreiðslur Fyritøkan rindar útreiðslurnar í sambandi við virksemi hjá nevndini og letur høli til hetta virksemi. 39

Skjal 7 b: Avtala um samstarvsnevnd á Elektron millum Føroya Arbeiðsgevarafelag (FAG) og Starvsfólkafelag Sparikassanna í Føroyum (SFS) galdandi fyri Pf. Elektron 1. Inngangur Stk. 1. Sett verður á stovn samstarvsnevnd (SN) á Elektron. Stk. 2. Í samstarvsnevndini sita tveir limir úr leiðsluni (A-bólkin), og fyri starvsfólkið (B-bólkin), sita álitisfólkini og nevndarlimir Elektrons í SFS. 2. Endamál, arbeiði og uppgávur hjá SN Stk. 1 Endamál Samstarvsavtalan hevur til endamáls at bøta um effektivitetin og kappingarføri á Elektron, eins og at fáa arbeiðsgleði millum starvsfólkini og mest møguligan starvstryggleika. Hetta verður roynt við at skifta meiningar og uppskot, sum kunnu vera partur av grundarlagnum fyri avgerðunum hjá leiðsluni og gjøgnum kunning. Stk. 2 Uppgávur SN skal vera eitt forum at tosa um: a. vanlig viðurskifti sum hava týdning fyri starvs- og starvfólkaviðurskifti, so sum útbúgving, eftirútbúgving, umskúling, nýtslu av tøkni á Elektron v.m. eins og grundreglur fyri tilrættaleggjan av hesum b. arbeiðsstøðuna á Elektron c. størri broytingar í virksemi Elektrons, rationaliseringstiltøk og bygnaðarbroytingar, sum kunnu hava stóran týdning fyri trivnaðin og tryggleikan hjá starvsfólkunum. A-bólkurin syrgir fyri, at givin verður ein slík kunning í SN um fíggjarstøðuna á Elektron, at limirnir hava neyðugu fortreytirnar fyri skikkaðir at kunna meta um tey evni, ið vera viðgjørd í SN. Stk. 3 Arbeiðsháttur SN skal um møguligt blandast uppí so tíðliga sum gjørligt, soleiðis at sjónarmiðini hjá B-bólkinum kunnu vera við í avgerðargrundarlagnum hjá leiðsluni. Partarnir eru samdir um at royna at fáa semju í stóran mun um tey viðurskifti, sum tosað verður um í SN. Stk. 4 Óviðkomandi fyri SN Nevndin viðger ikki spurningar, sum viðvíkja stovning, leingjan, uppsøgn, tulking ella tillaging av sáttmálum, ella sum heild spurningar, sum náttúrliga hoyra til arbeiðsøki hjá felagnum. Somuleiðis fæst SN ikki við spurningar um viðurskifti og umstøður hjá einkultpersónum. 40

3. Meginregla fyri arbeiðinum hjá SN A. Upplýsingar til SN Latið verður SN tær upplýsingar, ið eru neyðugar fyri arbeiðið í SN sambært 2. SN hevur skyldu til at viðgera fingnar upplýsingar í trúnaði sambært lógum, børsetiske regler, trúnaðarfyriliti v.m. B. Tryggleiki og trivnaður hjá starvsfólkunum Tað hevur stóran týdning fyri Elektron og starvsfólkini, at hvør einstakur starvsfelagi kennir seg nøgdan við tað dagliga arbeiðið og mest møguligan tryggleika í starvinum. Eitt týdningarmikið ráð, fyri at náa hetta mál, er, at kunning fer fram so hvørt millum leiðslu og starvsfólk um viðurskifti, ið hava týdning fyri Elektron, starvsfólkið og samstarvið millum leiðsluna og starvsfólk. Hevur Elektron ætlanir um tiltøk, sum hava ávirkan á trivnaðin og tryggleikan hjá starvsfólkunum, skal leiðsla Elektrons so tíðliga sum gjørligt kunna SN um nevndu viðurskifti. Hendan kunning skal umfata endamál, hvussu og í hvønn mun hetta fer fram eins og eina meting av fylgjunum av tiltøkunum. C. Tøkni Tá tøkni verður innførd ella broytt, er tað uppgávan hjá SN at viðgera tøkniligu og fíggjarligu fylgjurnar og fylgjurnar hetta hevur fyri starvsfólkini. Elektron eigur tí so tíðliga sum gjørligt at kunna SN um tey nevndu viðurskiftini. Hendan kunning skal umfata endamál, hvussu og í hvønn mun hetta fer fram eins og eina meting av fylgjunum av broytinginum. SN eigur tí at tosa um útbúgving, rokering, umskúling ella annað arbeiði fyri tey starvsfólk, ið verða ávirkað av broytingunum. Harafturat skal Elektron regluliga kunna samstarvsnevndina um ætlanir og gongdina á tí tøkniliga økinum. D. Uppskot frá starvsfólkunum Nevndin metir um og gevur møguligt tilmæli til leiðsluna um uppskot, sum eru komin inn frá ella gjøgnum ein lim í SN um betran av arbeiðshættum og arbeiðsviðurskiftum til gagns fyri Elektron og starvsfólkini. Uppskot frá starvsfólki, sum eru mett at vera hóskandi at viðgera í SN, verða sett fram gjøgnum ein av limunum í SN, fyri at SN kann gera eina meting av, um uppskotið eigur at vinna frama. 4. Útbúgving og frídagar í sambandi við arbeiði í SN Fyri at røkja arbeiðið í SN kann vera tørvur á supplerandi útbúgving fyri B-bólkin í nevndini. Elektron gevur møguleika fyri, at B-bólkurin kann taka lut í relevantari útbúgving. Avtala hesum viðvíkjandi verður gjørd millum Elektron og starvsfelagan, og letur Elektron frídagar við løn. 41

5. Serkøn Tá viðurskifti verða viðgjørd, sum krevja eina serstaka bakgrundsvitan, kann SN, um semja er um tað, lata serkønar starvsfelagar, ið ikki eru limir í SN, luttaka á SN fundinum. 6. Útreiðslur Elektron rindar útreiðslurnar í sambandi við virksemi hjá nevndini og letur høli til hetta virksemi. 42

Skjal 8: Høvuðsavtala millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og SFS 1 Henda høvuðsavtalan hevur gildi fyri limir í SFS, hvørs lønar- og setanarviðurskifti eru ásett í sáttmálanum millum FAG og SFS. 2 Rætturin hjá Eik Banka, sparikassunum og P/F Elektron at leiða og býta arbeiðið út verður framdur eftir sakligum leiðreglum herundir við neyðugum atliti til áhugamálini hjá starvsfólkunum og annars í samsvari við tær til eina og hvørja tíð galdandi lógir og tær millum partarnar inngingnu avtalur og sáttmálar herundir serliga avtalurnar um samstarvsnevnd og álitisfólk. 3 Partanir viðurkenna, at tað stendur starvfólkunum frítt at vera limir í felagi og at luttaka í arbeiði felagsins eftir teimum til eina og hvørja tíð galdandi reglum í sáttmálunum og avtalunum. 4 Kollektivir sáttmálar um lønar- og setanarviðurskifti fyri starvsfólk í Eik Banka, sparikassunum og Elektron kunnu bara gerast millum FAG og SFS. 5 Í tí tíðarskeiði, sáttmálin er galdandi, kann arbeiðssteðgur ikki setast í verk. Við arbeiðssteðg er at skilja verkbann, verkfall, blokada og boykott og eisini skipað avfólkan av Eik Banka, sparikassunum og P/F Elektron ella pørtum av nevndu fyritøkum. Í sama mun sum higartil kann samhugaarbeiðssteðgur setast í verk. 6 Tá ein sáttmáli um lønar- og setanarviðurskifti er uppsagdur, skal beinanvegin farast undir samráðingar um nýggjan sáttmála. Er semja ikki fingin í lag tann dag sáttmálin fer úr gildi um nýggjan sáttmála at koma í gildi samstundis sum higartil galdandi sáttmálin fer úr gildi, skulu ásetingarnar í sáttmálanum, sum fór úr gildi, framvegis fylgjast, til nýggjur sáttmáli er samtyktur og settur í gildi, ella arbeiðsstegður er settur í verk sambært ásetingunum í 7. 7 Stk. 1 FAG og SFS viðurkenna rættin hjá hvørjum øðrum til at ordra arbeiðssteðg sambært ásetingunum í stk. 2-4. Stk. 2 Arbeiðssteðgur av eini hvørji orsøk ella í ein hvønn mun kann bara verða ordraður eftir at verða viðtikin á einum til hetta endamál lógliga innkallaðum fundi í FAG og í SFS, samsvarandi viðtøkum felagsins. 43

Stk. 3 Ætlanir um ein slíkan fund, sum nevndur í stk. 2, um uppskot um arbeiðssteðg, skulu fráboðast hinum partinum í seinasta lagi 1 mánað, áðrenn arbeiðssteðgurin eftir ætlan verður settur í verk. Fráboðanin um avgerðina frá fundinum skal latast í seinasta lagi 14 dagar, innan møguligur arbeiðssteðgur verður settur í verk. Hendan fráboðan skal so innihalda nærri upplýsingar um arbeiðssteðgin. Stk. 4 Fráboðan sambært stk. 3, 1. og 2. punkt skal vera skrivlig møguliga um telefax og skal, um hon verður fráboðað tann dagin freistin er, vera hinum partinum í hendi innan kl. 12.00. Ætlar hin parturin eftir hetta at geva fráboðan um arbeiðssteðg sama dag at verða settur í verk samstundis, skal slík fráboðan vera tí fyrra partinum í hendi innan kl. 24.00 sama dag. Fráboðan kann ikki latast leygardagar, sunnudagar, halgidagar og frídagar sambært sáttmála. Stk. 5 Tá ósemjan er av, fer starvsfólkið til arbeiðis aftur á tí staði, viðkomandi starvaðist beint áðrenn ósemjan byrjaði, og tað áliggur báðum pørtum at viðvirka til at fáa vanlig og friðarlig arbeiðsviðurskifti aftur. 8 Stk. 1 Ordraður arbeiðssteðgur sambært 7 kann fevna um starvsfólk fevnd av hesi høvuðsavtalu, tó ikki deildarleiðarar, og starvsfólk flokkaði í 6. lønarflokki og hægri. Stk. 2 Eik Banki, sparikassarnir og P/F Elektron kunnu herumframt krevja, at hetta tal av starvsfólki verður hildið uttan fyri luttøku í arbeiðssteðginum: a) Eik Banki: Umsitingin, 5 starvsfólk Avgreiðsludeildir í Tórshavn (Sverrisgøta 3, Ungdómsdeildin og Hornabøður), 1 starvsfólk á hvørjari deild Suðuroy, Sandoy, Vágar, 1 starvsfólk á hvørjari oyggj Kollafjørður, 1 starvsfólk Vestmanna, 1 starvsfólk Fuglafjørður/Gøta, 1 starvsfólk Klaksvík, 1 starvsfólk Saltangará, 1 starvfólk Norðskála, 1 starvsfólk Strendur, 1 starvsfólk b) Norðoya Sparikassi, 2 starvsfólk c) Suðuroyar Sparikassi, 1 starvsfólk d) P/F Elektron, 7 starvsfólk Starvsfólk í Eik Banka og sparikassunum, sum smb. stk. 2 verða hildin uttanfyri luttøku í arbeiðssteðgi, kunnu bara verða ordraði til at gera arbeiði í sambandi við vaktarhald, umsjón við tekniskum útbúnaði, og annars í sambandi við varðveiting av útbúnaði og programmum hjá Eik Banka og sparikassunum. 44

Starvsfólkini á Elektron, sum sambært hesi avtalu verða hildin uttanfyri arbeiðssteðg, kunnu bara verða sett at tryggja raksturin og ikki til menning, nýuppsetingar, broytingar, fyrispurningar, útskriving og pakking. Onnur undantøk kunnu verða givin, um SFS og FAG eru samd um hetta. Umboð fyri SFS sleppa undir arbeiðssteðgi inn á Elektron at hava samrøður við tey starvsfólk, sum sambært stk. 2 d) eru til arbeiðis. 9 Geva samráðingarnar um nýggjan sáttmála einki úrslit, eru partarnir samdir um, at spurningurin skal viðgerast eftir reglunum hjá Semingsstovninum, sb. lóg nr. 86 frá 31.mars 1928 við seinni broytingum. Partarnir vátta, at teir ætla at halda reglurnar í nevndu lóg. 10 Stk. 1 Tulking av: - hesi høvuðsavtalu millum FAG og SFS, - sáttmálum viðvíkjandi lønar- og arbeiðsviðurskiftum avtalaðir millum FAG og SFS, - øðrum sáttmálum/avtalum millum FAG og SFS, kann av báðum pørtum eftir samráðingar uttan úrslit leggjast fyri ein Fasta Gerðarrætt, sí eisini 11. 11 Stk. 1 Gerðarrætturin kann døma tann ella tey, ið hava luttikið í sáttmálastríðnum, eina bót, sum skal ognast klagaranum. Er sáttmálabrotið um ikki at hava goldið eina skylduga peningaupphædd, kann dómurin í staðin fyri bót vera rindan av hesi peningaupphædd. Um annað ikki er viðtikið frammanundan, kann einum felag sum so bara vera álagt rættarlig ábyrgd, um tað hevur luttikið virkið í klagaða málinum. Stk. 2 Bótin verður ásett við fyriliti fyri øllum viðurskiftunum í málinum, herundir fíggjarorku partanna, og við hóskandi fyriliti fyri í hvønn mun avtalu- ella sáttmálabrotið hevur verið fyrigeviligt frá avtalu- ella sáttmálabrótarans síðu. Tá mett verður um arbeiðssteðg, sum er í stríð við sáttmálan, skal fyrilit takast fyri, um tað frá mótpartsins síðu fyriliggja viðurskifti av slíkum slag, at arbeiðssteðgurin verður hildin at vera rímilig reaktión. Bótin kann annars fella heilt burtur, um linnandi umstøður eru, og skal fella burtur, um atburður í stríð við sáttmálan frá mótpartsins síðu verður mettur at geva rímiliga orsøk til arbeiðssteðgin. Harafturat skal bótin fella burtur, um tað verður prógvað, at ein arbeiðssteðgur er elvdur av trivnaðar orsøkum, sum mótparturin hevur ábyrgdina av. Bót kann ikki verða áløgd teimum luttakarum í einum arbeiðssteðgi, sum hava tikið upp aftur arbeiðið, áðrenn felagsfundur hevur verið hildin, ella hava fylgt einum tilmæli frá hesum fundi um beinanvegin at fara aftur til arbeiðis, uttan so at tað verður prógvað, at eingin rímilig orsøk er til arbeiðssteðgin, ella hesin verður hildin at vera liður í eini skipaðari atgerð. 12 45

Stk. 1 Henda høvuðsavtala kemur í gildi 1. februar 2011, og er galdandi, til hon við 6 mánaða fráboðan verður uppsøgd av einum av pørtunum at fara úr gildi, tá ein oktober mánaði endar, tó í fyrsta lagi at fara úr gildi tann 31. oktober 2013. Samstundis fer Avtala um neyðturviligan rakstur av Elektron undir einum arbeiðssteðgi millum SFS og Elektron, dagfest 12. mars 1999, úr gildi. Stk. 2 Tann av pørtunum, sum hevur ynski um broytingar í høvuðsavtaluni, skal 6 mánaðir innan uppsøgnina boða hinum partinum frá, soleiðis at samráðingar verða tiknar upp við tí endamáli, at fáa semju og harvið sleppa undan uppsøgn av høvuðsavtaluni. Stk. 3 Eru samráðingar um endurnýggjan av høvuðsavtaluni eftir uppsøgn av hesari ikki lidnar innan hon fer úr gildi, er høvuðsavtalan framvegis galdandi, inntil tann galdandi kollektivi sáttmálin millum partarnar er avloystur av einum nýggjum. Tórshavn tann 07. oktober 2010 Vegna S F S Anna Margretha Otthamar, formaður Vegna Føroya Arbeiðsgevarafelag Jóhan Páll Joensen, formaður Súsanna Lydersen, næstformaður Asbjørg Arge Kaja Joensen Alexandur Johansen 46

Skjal 9: Protokollat um hugtøk, ið partarnir nýta í sáttmálanum (galdandi fyri Eik Banka og sparikassarnar) Hetta protokollat hevur til endamáls, at forða fyri misskiljingum og ymiskum tulkingum av sáttmálanum. Í orðalista niðanfyri verða hugtøk, ið partarnir nýta í sáttmálanum, lýst annahvørt við í dømum ella frágreiðing at lýsa í hvørji merking hugtakið verður nýtt, ella við at lýsa merkingina av hugtakinum við tilsvarandi orði á fremmandum máli. Orðalisti : Bruttoløn: løn, soleiðis sum henda er ásett í lønartalvuni, eisini nevnd skalaløn. Bruttolønin er lønin, áðrenn eitt nú egið eftirlønargjald er frádrigið, og áðrenn partur arbeiðsgevarans er lagdur afturat. Frígonga: frítíð, sum verður hildin í arbeiðstíðini, vanliga sum samsýning fyri yvirtíðararbeiði. Frígonga telur ikki sum vanlig frítíð (summarfrí v.m.). Eisini nevnt avspáking. Meirarbeiði: arbeiði uttanfyri vanliga arbeiðstíð, ið ikki verður roknað ella samsýnt sum yvirtíð. Starvsaldursviðbót: Anciennitetsískoyti Viktíð: flextíð. 47

Løgtingslóg um starvsmenn Ll. nr. 13 frá 20. mars 1958 Stk. 1. Sum starvsmaður eftir hesi lóg er at skilja: 1 a) Persónur, sum starvast í handli, á skrivstovu ella á vørugoymsluavgreiðslu, sum kann setast javnbjóðis. b) Persónur, hvørs starv er at veita tekniska ella kliniska hjálp, sum kemur ikki undir handverk ella ídnað, og hartil aðrir, sum starvast í arbeiði, sum kann setast javnbjóðis. c) Persónur, hvørs starv er bert ella fyri ein meginpart arbeiðsgevarans vegna at hava eftirlit við útinningini av annans arbeiði. d) Persónur, hvørs arbeiði fyri ein meginpart er av sama slag sum tilskilað undir a) og b). Stk 2. Tað er ein treyt fyri nýtslu lóginnar, at viðkomandi persóns arbeiðsmegi fyri ein meginpart er bundin í viðkomandi virki, og at hansara starv er soleiðis, at hann er undir fyristíling arbeiðsgevarans. Stk. 3 Tænastumenn ríkisins, landsins, fólkaskúlans, fólkakirkjunar ella kommun-unar ella aspirantar til tænastumannastørv koma ikki undir hesa lóg, heldur ikki starvsfólk eftir sjómanslógini, lærlingar eftir lærlingalógini. Reglurnar í 9-13 galda tó starvsfólk eftir sjómanslógini. 2 Stk. 1 Starvsavtala millum arbeiðsgevara og starvsmenn kann bert sigast upp til uppathald eftir eini frest, sum givin er frammanundan samsvarandi stk. 2, uttan so, at avtalað er, at arbeiðið er bert fyribils ella sum roynd, og at hesi arbeiðsviðurskiftir vara ikki longur enn 3 mánaðir. Próvskylduna fyri, at tílík avtala er gjørd, hevur arbeiðsgevari. Stk. 2. Tilsagnarfrestin til uppathald frá arbeiðsgevara síðu kann ikki setast styttri enn: 1 mánað frest til uppathald seinast í einum mánað í fyrstu 6 mánaðar starvstíð. 3 mánað frest til uppathald seinast í einum mánað eftir 6 mánað starvstíð. Uppsagnarfreistin verður longd við 1 mánað fyri hvørt 3. starvsárið, tó longst í 6 mánaðir. Stk. 3. Uppsøgn starvsmans skal gevast við 1 mánað frest til uppathald seinasta í einum mánað, tó so at í skrivligum sáttmála kann longri uppsagnarfrest frá starvsmans síðu fyrisetast, men treytað av, at uppsagnarfrestin frá arbeiðsgevara síðu verður longd samsvarandi. Stk. 4. Uppsøgnin skal verða givin seinast í mánaðinum frammanundan tí 1., sum 48

uppsagnarfrestin byrjar. Uppsøgnin má gevast í so góðari tíð, at starvsmaður fær farið frá, innan starvstíðin er úti eftir einari eftir starvstíðini givnari uppsagnarfrest. Stk. 5. Um so er, at starvsmaður heldur fram í einum virki, eftir at tað hevur skift eigara, skal starvstíð hansara undan eigaraskiftinum roknast uppí starvstíðina, uttan so mótgangandi skrivlig avtala er gjørd við nýggja arbeiðsgevarin. Starvsmaður hevur, tá hann heldur fram hjá nýggja arbeiðsgevaranum við fyrr galdandi uppsagnarfrest, onki krav móti fyrra arbeiðsgevaranum fyri ikki at hava sagt upp. Stk. 6. Um so er, at starvsmaður fær tænastuhús til sín og hús sítt til nýtslu sum lið í starvsavtaluni, skal uppsagnarfrestin vera minst 3 mánaðir frá arbeiðsgevara síðu. Starvsmaður við húsi sínum hevur rætt til móti leigu, sum fyrisett er, ella ókeypis at búgva í tænastuhúsunum upp í 1 mánað aftaná uppathald í starvinum, sama rætt hevur hús hansara við deyða starvsmansins. Har arbeiðsgevari heldur tað vera neyðugt fyri virki, hevur hann tó rætt til at krevja flyting beinanvegin, móti at rinda flytingarútreiðslurnar. Stk. 7. Hesar reglur víkja fyri uppsagnarfrestum starvfelaganna í førum lógliga boðaðum arbeiðssteðgi. 3 Stk. 1. Um so er, at arbeiðsgevari uttan grund sýtir at taka ímóti starvsmanni í tænastu sína ella uttan grund vísir honum burtur út tænastuni og starvsmaður við tænastuslitið eigur í longsta lagi 3 mánað frest samsvarandi reglunum í 2, hevur arbeiðsgevari skyldu at rinda endurgjald svarandi til lønina til ta tíð, sum starvsmaður viðkomadi dag kundi verið uppsagdur, ella - um so er, at hann hevur fingið uppsøgn frammanundan - til uppsagnarfrestin er úti, um so er, at vanligar endurgjaldsreglur hava ikki størri andsvar við sær. Stk. 2. Eigur starvsmaður við tænastuslit arbeiðsgevara longri enn 3 mánað frest, verður endurgjald at fyriseta eftir vanligum endurgjaldsreglum. Starvsmaður eigur tó endurgjald svarandi til lønina, til hann fer við 3 mánað frest eftir 2. Stk. 3. Um so er, at starvsmaður er festur fyri fyrisett skeið uppá 3 mánaðir ella styttri, galda somu reglur sum í stk. 1. Er starvsmaður festur fyri fyrisett skeið, sum er longri enn 3 mánaðir, og arbeiðsgevari sýtir uttan grund at taka ímóti honum ella vísir honum burtur, tá ið meira enn 3 mánaðir eru eftir av fyrisettu tænastutíðini, galda somu reglur sum í stk. 2. Stk. 4. Henda grein kemur eisini til nýtslu, tá ið starvsmaður slítur tænastuna orsakað av grovari mishaldi frá arbeiðsgevara síðu 4 Um so er, at starvsmaður ikki kemur í ella rýmur úr tænastuni, ella arbeiðsgevari slítur tænastu orsakað av grovum sáttmálabroti frá starvsmansins síðu, eigur arbeiðsgevari rætt til endurgjald fyri tap, sum hann herav er komin undir. Av ólógligari burturveru ella rýming úr tænastu hevur arbeiðsgevari krav uppá endurgjald, sum er minst 1/2 mánaðar løn, uttan so, at serlig viðurskifti 49

liggja fyri. 5 Stk. 1. Verður starvsmaður orsakað av sjúku ikki førur at gera sítt arbeiði, er hansara tænastuvanrøkt at meta sum lógligt forfall, uttan so, at starvsmaður í starvstíðini hevur verið úti eftir sjúkuni við vilja ella grovum ósketni, ella at hann við svik hevur dult, at hann hevur gingið við sjúkuni. Stk. 2. Tó kann vera fyrisett í skrivligum sáttmála í einstøkum tænastuviðurskiftum, at starvsmaður kann sigast upp við 1 mánað frest til uppathald, tá ein mánaður er úti, tá ið starvsmaður innan fyri eitt tíðarskeið av 12 fylgjandi mánaðum hevur tikið ímóti løn undir sjúku í 120 dagar tilsamans. Gildi uppsøgninnar er treyað av, at hon verður givin beint aftaná teir 120 sjúkradagarnar og meðan starvsmaður framvegis er sjúkur, harafturímóti skerjist gildi ikki av, at starvsmaður er komin aftur í starvið, eftir at uppsøgnin er givin. Stk. 3. Veitir arbeiðsgevari starvsmanni kostarhald og innivist sum part í løn, hevur hann skyldu at geva starvsmanni undir sjúku tørvandi røkt, so leingi hann heldur til í húsum arbeiðsgevarans. Stk. 4. Undir sjúku, sum er longri enn 14 dagar, hevur arbeiðsgevari rætt til, uttan útreiðslu fyri starvsmann, at krevja sær upplýsingar um drúgd sjúkunar gjøgnum starvsmansins lækna ella gjøgnum ein av starvsmanninum valdum serlækna. Lúkur starvsmaður ikki hesa skyldu, uttan at góðar grundir eru til tess, hevur arbeiðsgevari rætt til at slíta tænastuna uttan frest. Stk. 5. At starvsmaður verður innkallaður at gera verjuskyldu uttan fyri Føroyar, gevur ikki arbeiðsgevara rætt til at skeiða hann av, men hann kann siga honum starvið upp eftir reglunum í 2. Starvsmaður eigur ikki rætt til løn undir fyrstu innkalling, meðan hann undir seinnu innkalling eigur løn fyri tann mánaðin, hann hevur verið kallaður inn, og næst komandi mánað. 6 Stk. 1. At starvsmaður giftir seg, gevur ikki arbeiðsgevara rætt til at siga honum upp, uttan at halda seg eftir tí uppsagnarfrest, sum starvsmaður eigur. Stk. 2. Kvinniligur starvsmaður, sum er upp á vegin, hevur skyldu at siga arbeiðs-gevaranum frá seinast 3 mánaðir, innan hon væntar sær at eiga. Ger hon ikki tað, hevur arbeiðsgevari rætt til at slíta tænastuna frá tí degi, umstøðurnar hava óarbeiðsføri við sær. Um so er, at sagt verður frá, kann arbeiðsgevari siga upp starvsmanni við teirri frest, sum henni tilkemur. Stk. 3. Meðan kvinnuligur starvsmaður gongur við barni, hevur arbeiðsgevari skyldu at veita henni hálva løn frá tí degi, hon gerst óarbeiðsfør, tó ikki longur enn 1 mánað frammanundan føðing til 1 mánað aftaná. Somu skyldur hevur arbeiðsgevari, um so er, at arbeiðsgevarin heldur seg ikki kunna geva henni arbeiði, hóast hon ikki er óarbeiðsfør. Um so er, at arbeiðsgevari sigur starvsmanni upp, hevur hann skyldu at rinda fulla løn til uppathald eftir teirri uppsagnarfrest, sum tilkemur starvsmanni. 7 50

Tá ið starvsmaður doyr í tænastutíðini, eiga hansara eftirsitandi einkja ella børn undir 18 ár, sum hann hevði skyldu at uppihalda, løn í 1, 2 ella 3 mánaðir, eftirsum starvsmaður, tá hann doyði hevði havt 1, 2 ella 3 ára starvstíð í virkinum. Sama rætt hava børn undir 18 ár eftir kvinnuligan starvsmann, um so er, at faðirin er deyður, ella hevði ikki uppihaldsskyldu, tá móðurin doyði. 8 Stk. 1. Um so er, at arbeiði, sum starvsmaður skal útinna í arbeiðsgevara tænastu, hevur útreiður við sær til ferðir, uppihald burtur frá húsum, hevur starvsmaður krav uppá, at arbeiðsgevari ber allar tørvandi útreiðslur, og at hann hevur skyldu at veita honum hóskandi forskot til rindingar av hesum útreiðslum. Hetta skal eisini galda, har tílíkar útreiðslur eftir avtalu rindast í løn ella provisión, men tær inntu sølurnar geva ikki nóg mikið til rindingar av vanligum útreiðslum. Stk. 2. Tær í 3, 5, 6 og 7 nevndu veitingar verða at útrokna fyri provisiónsløntar starvsmenn eftir tí provisiónsinntøku, sum starvsmaður helst vildi havt fingið, um so var, at hann hevði ikki verið hindraður í starvi sínum í teim viðkomandi tíðarskeiðum. 9 Stk. 1. Starvsmenn hava rætt til at skipa seg í felag til røkingar av teirra interessum og geva felag teirra upplýsingar um lønarviðurskifti og arbeiðskor teirra. Stk. 2. Eitthvørt personale - hóast stødd tess - hevur rætt til gjøgnum felag sítt at krevja tingingar við leiðslu virkisins um lønar- og arbeiðsvilkor. Stk. 3. Arbeiðsgevari hevur skyldu at føra gerðabók um tingingarnar, sum verður at undirskriva av báðum pørtum og harav verður útskrift givin bæði arbeiðsgevara og starvsfólki. Stk. 4. Um so er, at semja ikki kemur í lag partanna millum, ella um annar parturin ber seg undan tingingum, hevur hvør av pørtunum rætt til at fáa tingingarnar framdar við uppílegging av semingsmanni eftir reglunum í 10-12. 10 Stk. 1. Semingsmaðurin eftir 9 verður uppnevndur av landsstýrinum. Stk. 2. Áheitan um uppnevning av semingsmanni skal gevast skrivliga og viðleggjast gerðabókini eftir 9, stk. 3. og harafturat ein stutt frásøgn. Um so, at seming ynskist tessvegna, at annar parturin ber seg undan tingingum, skal bert ein stutt frásøgn viðleggjast. 11 Stk. 1. Seinast 5 dagar aftaná sína uppnevning stevnir semingsmaður pørtunum saman og fyrisetur tíð og stað fyri tingingum. Tað er uppgáva semingsmansins undir forsæti hansara undir tingingum at fáa semju partanna millum. Um so er, at tað eydnast ikki, gevur semingsmaðurin landsstýrinum frásøgn um 51

tingingarnar. Váttað avrit av frásøgnini verður send pørtunum. 12 Undandráttur í førslu av tí í 9, stk. 3 nevndu gerðabók og í at møta fyri semingsmanninum hevur við sær sekt, sum fer í landskassan. 13 Stk. 1. Semingsmaðurin fær samsýning, sum landsstýrið fyrisetur. Stk. 2. Tær útreiðslur, sum standa av semingini verða rindaðar ávegis úr lands-kassanum, men hvør parturin ber sín helming, sum kann krevjast inn við panting. 14 Starvsmaður kann ikki uttan loyvi frá arbeiðsgevara taka sær starv uttanfyri tænastuna. 15 Eftir at starvsmaður hevur givið ella tikið ímóti uppsøgn úr tænastuni, skal arbeiðsgevari geva honum tørvandi loyvi frá arbeiði at søkja sær annað starv. Starvsmaður skal tó sýna ynskjum arbeiðsgevara mest møguligt fyrilit soleiðis, at hann nýtir tær tíðir, sum hóska virkinum best, at leita sær eftir starvi. 16 Stk. 1. Starvsmaður hevur til eina og hvørja tíð rætt til at fáa skrivliga váttað av arbeiðsgevara, hvussu leingi hann hevur verið í tænastuni, hvat arbeiði hann hevur tikist við, hvat løn hann hevur havt, og í tilfelli av uppsøgn eftir áheitan upplýsing um grundina til avskeiðingina. Stk. 2. Brot móti hesi reglu hevur við sær sekt, sum fer í landskassan. 17 Hevur starvsmaður bundið seg til, at hann av kappingargrundum ikki má røkja handil ella aðra vinnu av vissum slag ella fáa sær starv í tílíkari, koma reglurnar í lóg um avtalur v.m. frá 8. mai 1917 36 og 38 í nýtslu. Skylduna hevur hann bert í eitt ár frá tí degi, hann fer, uttan so, at hann hevur fingið ella fær í skrivligum sáttmála fyrisett rímiliga samsýning fyri skerjingina í sínum vinnuvegi. Henda samsýning skal vera tilskilað fyri seg. 18 Stk. 1. Tað er forboðið gjøgnum lýsingar at skila til, at starv er treytað av kapitalinnskoti, ella at søkjandi, sum kann seta kapital í, hevur fyrimun. Stk. 2. Um so er, at kontant depositum krevst inngoldið sum treyt fyri at koma í starv, skal 52

virkisins navn og heimstaður tilskilast í lýsingini. Stk. 3. Brot móti hesum reglum hava við sær sekt, sum fer í landskassan 19 Stk. 1. Um so er, at arbeiðsgevari treytar, at starvsmaður skal seta kontantan pening í veð, skal hann inn á banka- ella sparikassakonto, og hann kann ikki takast út uttan við undirskrift arbeiðsgevarans og starvsmansins. Stk. 2. Brot móti hesum reglum hava við sær sekt, sum fer í landskassan. 20 Frá reglum í hesi løgningslóg kunni ongi avrik gerast í avtalu starvsmanni til meinar. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 1958. Tórshavn, tann 20. mars 1958 K. Djurhuus, løgmaður 21 53

Frítíð við løn Løgtingslóg nr. 30 frá 7. apríl 1986 um frítíð við løn, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 23. mai 1997. Kapittul 1. Lógarøki. 1. Løntakarar í almennum ella privatum starvi hava rætt til frítíð og frítíðarløn, sum fyrisett í hesari lóg. 2. Undir lógina koma tó ikki 1) tænastumenn landsins, ríkisins, fólkakirkjunnar og fólkaskúlans. 2) fiskimenn undir starvsviðurskiftum, ið ikki áseta reglur um frítíð við løn. 3. Henda lóg viðvíkir ikki løntakara í almennum starvi, sum av landi, ríki, løgtingi ella kommunu hevur fingið vissað frítíð við løn, um so er, at landsstýrið metir viðkomandi skipan at veita løntakaranum ikki verri kor, enn fyriskipanirnar í hesi lóg tryggja. 2. stk. Landsstýrið kann fyriseta, at lógin verður ikki at galda starv ella starvsøki, har við sáttmála ella fyriskipan er vissað løntakaranum frítíð við løn eftir reglum, sum bjóða ikki verri kor, enn fyriskipanirnar í hesi lóg. 3. stk. Henda lóg minkar einki um víðari fevnandi frítíðarrætt sambært aðrari lóg ella fyriskipan eftir semju millum arbeiðsgevara og løntakara ella eftir gerðarrættardómi ella vanligum siði. 4. Landsstýrið tekur avgerð í ivaspurningum, um persónur kemur undir hesa lóg. Kapittul 2. Innvinningarár og talið á frídøgum. 5.1) Frítíðin er 30 dagar fyri fulla starvstíð í tíðarskeiðinum 1. apríl til 31. mars (innvinningarárið). Innvinningarárið kann í staðin vera álmanakkaárið, um hetta er ásett í sáttmála millum avvarðandi partar. Er starvstíðin styttri enn fult innvinningarár, verður frítíðin sett í mun til starvstíðina. 2. stk. Burturvera frá arbeiðinum vegna sjúku, vanlukku, fyribils arbeiðssteðg av rakstrarligum ávum ella frítíð eftir hesari lóg, eins og burturvera vegna barnsburð skal ikki verða frádrigin við uppgerðini av starvstíðini, sum gevur rætt til frítíð. 3. stk. Frítíðarrætturin verður at rokna uttan mun til, um viðkomandi virki ella skip skiftir eigara í starvstíðini. 6.1) Løntakari, ið ikki hevur vunnið rætt til frítíð við løn ella frítíðarløn í 30 dagar hevur tó rætt til at taka frí uttan løn ella frítíðarløn í upp til 30 dagar í einum frítíðarári. Kapittul 3. Frítíðarár og frítíðarskeið. 54

7. Frítíðin skal verða tikin í tíðarskeiðinum 2. mai til 1. mai (frítíðarárið). 2. stk. Frítíð eftir 5 verður tikin áðrenn frítíð eftir 6. 8.1) Minst 24 dagar av frítíðini skulu gevast samanhangandi í tíðini 2. mai til 30. september (frítíðarskeiðið). Er løntakari uppsagdur, má tó uppsagnarfreistin í ongum føri skerjast við, at frítíðin verður løgd innan fyri uppsagnarfreistina. 2. stk. Frítíð út yvir teir 24 dagarnar kann verða givin uttan fyri frítíðarskeiðið, tó seinast 1. mai árið eftir. 3. stk.2) Fyri fólk, sum starvast á skipi ella í flogfari, kann frítíðin, tá viðurskiftini gera tað neyðugt, tó verða givin aðra tíð av árinum. Frítíðin skal falla, so skjótt skips- ella flogfarisstarvið loyvir tað, og taka við á tí degi, sum báðir partar semjast um. 9. Arbeiðsgevarin ásetir í samráð við løntakaran, nær frítíðin skal takast og boðar honum frá hesum við rímiligari freist. Kapittul 4. Frítíðarløn og frítíð við løn. 10.1) Arbeiðsgevarin veitir løntakaranum frítíðarløn, ið er 12% av vunnari løn. 2. stk. Frítíðarlønin fellur til gjaldingar samstundis við lønini og verður goldin viðkomandi løntakarafelag ella, um einki umboðandi løntakarafelag finst, Frítíðargrunninum í varðveitslu, til frítíðin skal haldast, jbr. 7. Landsstýrinum er heimilað at fyriseta nærri reglur fyri skipanina. 11.1) Mánaðarløntir løntakarar hava rætt til frítíð við løn. Veitt verður harafturat frítíðarískoyti, ið er 11/2% av vunnari løn í undanfarna innvinningarári. 2. stk. Fer mánaðarløntur løntakari úr starvi, verður veitt honum frítíðarløn eftir 10 fyri alla ta frítíð, hann eigur á. Samstundis sum hann fer úr starvinum, verður upphæddin goldin viðkomandi løntakarafelag ella, um einki umboðandi løntakarafelag finst, Frítíðargrunninum í varðveitslu, til frítíðin skal haldast, jbr. 7. 12. Við útrokning av frítíðarløn og frítíðarískoyti verður ikki tald við løn, sum er útgoldin í frítíðini, veitt frítíðarløn ella útgoldið frítíðarískoyti. 13. Við útrokning av frítíðarløn og frítíðarískoyti teljast við allar skattskyldugar lønarveitingar. 2. stk. Fyri fiskimenn verður frítíðarlønin útroknað og útgoldin sambært galdandi sáttmála. 3. stk. Um so er, at lønin fult ella partvís er kostur og innivist ella aðrir fríir ágóðar, verður virðið av hesum at seta av landsstýrinum ella øðrum heimilaðum myndugleika. Hava partarnir avtalað eitt hægri virði, er hetta tó galdandi. 14. Í tí føri, at eitt virki verður steðgað í frítíðini, kann løntakari har, sum ikki eigur rætt til frítíð allar dagarnar, virkið er steðgað, ikki av steðginum krevja endurgjald út um ta frítíðarløn, sum viðkomandi eigur á eftir ásetingunum í hesari lóg. 15. Viðvíkjandi løntakarum á skipi eigur landsstýrið heimild at gera tey avvik frá fyrisetanunum í hesari lóg, sum kunna vera neyðug og rímilig undir teim serligu viðurskiftum, sum elvast á sjónum; t.d. kunna eftir samráð við viðkomandi løntakarafeløg setast reglur, soleiðis at tann árliga frítíðin kann vera býtt ella samanløgd við viðkomandi frítíð, og undir viðurskiftum, har okkurt 55

serligt verður til hindurs fyri tí lógfyrisettu frítíð, frammíhjá løn og kostpeningur verða givin sum frítíðarendurgjald. 16. Verður frítíðarlønin ikki goldin rættstundis, skal gjaldast 11/2% í rentum fyri hvønn byrjaðan mánaða frá gjalddegnum. Kapittul 5. Vanligar reglur. 17. Rætturin til frítíðarløn, løn í frítíðini ella frítíðarískoyti fyrnast, um krav til rættin ikki verður fráboðað arbeiðsgevaranum fyri 1. apríl í frítíðarárinum, frítíðin skal takast. 2. stk. Ger arbeiðsgevarin ikki eftir kravinum, fyrnast tað, um ikki løntakarin uttan óneyðugt dvøl letur kravið fremja. 3. stk. Er kravið fyrnað, fer upphæddin í Frítíðargrunnin. 18. Frítíðarløn, ið ikki er tikin út í frítíðarárinum, sum frítíðin skuldi verið tikin í, fer í Frítíðargrunnin. 2. stk. Landsstýrið kann, tá serligar umstøður fyriliggja loyva útgjalding av frítíðarløn til løntakara aftaná, at frítíðarárið er endað. 19. Avtala um at siga frá sær rætt til frítíð, frítíðarløn, frítíð við løn ella frítíðarískoyti er ógildug. 2. stk. Loyvt er ikki at lata øðrum rættin til vunna frítíðarløn, eins og hesin rættur ikki kann verða fyri rættarsókn. 20. Avgerð í ósemju arbeiðsgevara og løntakara millum um rættin til frítíð ella frítíðarløn verður tikin av Føroya Rætti. 20 a.4) Løntakarafeløgini og Frítíðargrunnurin rinda Toll- og Skattstovu Føroya fyri umsiting sambært hesi lóg. Kapittul 6. Frítíðargrunnur. 21. Frítíðargrunnurin er grunnur undir landsstýrinum. 2. stk. Frítíðargrunnurin tekur ímóti frítíðarløn í varðveitslu og syrgir fyri útgjalding, tá hon sambært hesa lóg kann útgjaldast viðkomandi løntakara. 3. stk.3) Fæ grunsins fer til at fíggja tiltøk, ið útvega løntakarum frítíðarmøguleikar. Í førum, har talan er um trotabúarviðgerð av peningastovni, kann frítíðargrunnurin í tann mun, fæ grunsins røkkur, tryggja løntakara frítíðarlønarkrøv, móti at vinna rættin til kravið mótvegis trotabúnum. 4. stk. Landsstýrið ásetir nærri reglur fyri virki grunsins og fyrisiting av grunninum. 5. stk.3) (avtikið) 22. Revsaður við sekt verður Kapittul 7. Revsireglur. 56

1. arbeiðsgevari, sum uttan rímiliga orsøk letur vera við at gjalda vunna frítíðarløn, løn í frítíðini ella frítíðarískoyti, hóast hann verður kravdur. 2. arbeiðsgevari, sum ger avtalu um at siga frá sær skylduna til at veita frítíð, frítíðarløn, løn í frítíðini ella frítíðarískoyti. 3. persónur, sum ger avtalu um avhending av rætti til vunna frítíðarløn. 2. stk. Í fyriskipanum givnar við heimild í hesari lóg kann áleggjast revsing við sekt fyri brot á reglurnar í nevndu fyriskipanum. 3. stk. Verður brot útint av partafelag, lutafelag ella líknandi, kann áleggjast felagnum sektarábyrgd. 23.2) (avtikin) Kapittul 8. Kapittul 9. Gildisfyriskipanir. 24. Henda lóg kemur í gildi 1. apríl 1986, og samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 31 frá 19. mars 1951 um frítíð við løn við seinri broytingum og 4, 4. stk. og 5. stk. í løgtingslóg nr. 29 frá 12. oktober 1954 um lærlingaviðurskifti við seinni broytingum. 1) Broytt við løgtingslóg nr. 75 frá 20. mai 1996. 2) Broytt við løgtingslóg nr. 70 frá 2. apríl 1993. 2 í hesi løgtingslóg er avtikin við løgtingslóg nr. 75 frá 20. mai 1996 1, nr. 7. 3) Broytt við løgtingslóg nr. 40 frá 14. marts 1995. 2, stk. 2 í hesi er soljóðandi: "Lógin fevnir eisini um frítíðarlønarkrøv, sum vóru greið til útgjaldingar 2. mai 1994." 4) Broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 23. mai 1997. 2 í hesi løgtingslóg er soljóðandi: "Henda lóg fær gildi frá 1. januar 1998." 57

Barsilsskipan Løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um Barsilsskipan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 40 frá 27. apríl 2005. Partur I Barsilsfarloyvi Kapittul I Barsilsfarloyvi 1. 1) Kvinna, ið er løntakari og er við barn, hevur rætt til barsilsfarloyvi av viðgongu og barnsburði frá tí degi, hildið verður, at 4 vikur eru eftir til barnsburð, ella frá tí løtu hon við læknaváttan prógvar, at tað fyri fostur og/ella hana sjálva stendst heilsuvandi av at vera í starvinum, tó í fyrsta lagi frá tí degi, at hildið verður, at 13 vikur eru eftir til barnsburð. Stk. 2. Eftir barnsburð hevur móðirin rætt til barsilsfarloyvi í 14 vikur. Faðirin hevur rætt til barsilsfarloyvi í 2 vikur eftir barnsburð, ella eftir tað, at barnið er komið heim, ella eftir avtalu við arbeiðsgevaran innan fyri tær fyrstu 14 vikurnar eftir barnsburð. Stk. 3. Aftaná 14. viku eftir barnsburð hava foreldur, sum eru løntakarar, rætt til barsilsfarloyvi í tilsamans 38 vikur. Rættin til barsilsfarloyvi eftir 1. pkt. kann bara annað av foreldrunum nýta í senn. Stk. 4. Kvinna, ið er løntakari, hevur rætt til at vera úr arbeiði í sambandi við barnakonukanningar, tá kanningarnar eru í arbeiðstíðini.". Ættleiðing 2. 1) Foreldur, ið eru løntakarar og ættleiða barn, hava rætt til barsilsfarloyvi í 56 vikur í sambandi við, at tey fáa barnið. Stk. 2. Tað er ein treyt, at ættleiðingarmyndugleikarnir hava tikið ta avgerð, at foreldrini, annað ella bæði, skulu vera heima í sambandi við, at tey fáa barnið. Stk. 3. Rættin til barsilsfarloyvi eftir stk. 1 kann bara annað av foreldrunum nýta í senn. Hóast ásetingina í 1. pkt. hava foreldrini rætt til barsilsfarloyvi samstundis í 2 vikur innan fyri tær fyrstu 18 vikurnar eftir, at foreldrini hava fingið barnið. Fráboðan 3. 1) Kvinnuligur løntakari, sum nýtir rættin til barsilsfarloyvi eftir eftir 1, stk. 1, stk. 2, 1. pkt. og stk. 3, skal innan 8 vikur eftir barnsburð boða arbeiðsgevara sínum frá, nær hon byrjar at arbeiða aftur. Stk. 2. 1) Maður, sum er løntakari, og sum nýtir rætt sín til barsilsfarloyvi eftir 1, stk. 2, 2. pkt. og stk.3, skal í seinasta lagi 4 vikur frammanundan boða arbeiðsgevara sínum frá, nær hann roknar við, hann er burtur frá arbeiði. Stk. 3. Tey, sum fáa barn við ættleiðing, skulu við fráboðan til arbeiðsgevaran halda somu freistir. Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um skyldur løntakaranna mótvegis arbeiðsgevaranum at geva fráboðanir í sambandi við barsilsfarloyvi eftir 1. 58

Vernd og endurgjald Frávik 4. Ikki kann víkjast frá reglunum í 1-2 til bága fyri løntakaran. 5. 2) Tað tíðarskeið, løntakari er í barsilsfarloyvi eftir 1 og 2, verður roknað sum vanlig arbeiðstíð, tá starvsaldur skal roknast. 6. Arbeiðsgevari kann ikki siga upp løntakara, tí viðkomandi hevur sett fram krav um at nýta rættin til barsilsfarloyvi eftir 1 og 2, ella annars siga upp vegna viðgongu, barnsburð ella ættleiðing. 7. Verður løntakari uppsagdur ella fyri vanbýti í móti reglunum í 6, skal arbeiðsgevarin rinda eina samsýning, sum í mesta lagi svarar til løn í 50 vikur, ið verður at áseta alt eftir starvsaldri og umstøðunum annars. Stk. 2. Verður løntakari uppsagdur ella á annan hátt fyri vanbýti í viðgongutíðini, undir barnsburði, eftir barnsburð ella ættleiðing, áliggur tað arbeiðsgevaranum at prógva, at uppsøgnin ikki var grundað á hesi viðurskifti. Partur II Barsilspeningur Kapittul II Vanligar treytir 8. Barsilspeningur eftir hesi lóg verður veittur í sambandi við viðgongu, barnsburð og ættleiðing. Stk. 2. Skyldur og rættindi sbrt. hesi lóg eru knýtt at móttiknum inntøkum, sum eftir skattalógini eru A-inntøkur, og inntøkum av sjálvstøðugari vinnu sbr. 20. Stk. 3. Rætturin til barsilspening er treytaður av føstum bústaði í Føroyum og fullari skattskyldu í Føroyum. Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um, 1. í hvønn mun persónar, sum hava inntøkur, ið ikki eru fult skattskyldugar í Føroyum, hava rætt til barsilspening, og 2. at persónar, sum hava rætt til barsilspening í einum øðrum landi, ikki hava rætt til barsilspening í Føroyum. Kapittul III Treytir fyri útgjaldi 9. 2) Kvinna, sum hevur A-inntøku, og sum fer frá arbeiði orsakað av viðgongu ella barnsburði, hevur rætt til barsilspening frá tí degi, mett verður, at 4 vikur eru eftir til barnsburð, ella frá tí løtu, hon við læknaváttan prógvar, at tað fyri fostur og/ella hana sjálva stendst heilsuvandi av at vera í starvinum, tó í fyrsta lagi frá tí degi, mett verður, at 8 vikur eru eftir til barnsburð. Eftir barnsburð hevur kvinna rætt til barsilspening í 24 vikur innan fyrstu 24 vikurnar eftir barsnburð. Stk 2. Foreldrini kunnu í staðin velja, at faðirin at barninum skal vera heima hjá barninum í upp til 59

10 vikur eftir 14. viku eftir barnsburð, og harvið fáa barsilspening í hesum tíðarskeiðinum. Treytin fyri, at faðir at barni kann fá barsilspening í hesum tíðarskeiðinum, er at móðirin ikki samstundis er frá arbeiði við løn ella hevur søkt um barsilspening frá barsilsskipanini fyri hetta tíðarskeið. Stk. 3. Uttan mun til stk. 2 hevur faðir at barni rætt til barsilspening í upp til tvær vikur eftir barnsburð innan tær fyrstu 14 vikurnar eftir barnsburð. Ættleiðing 10. 1) Foreldur, ið eru løntakarar og ættleiða barn, hava rætt til barsilspening í 28 vikur eftir, at tey hava fingið barnið. Stk. 2. Tað er ein treyt, at ættleiðingarmyndugleikarnir hava tikið ta avgerð, at foreldrini, annað ella bæði, skulu vera heima í sambandi við, at tey fáa barnið. Stk. 3. Rættin til barsilspening eftir stk. 1 kann bara annað av foreldrunum nýta í senn. Hóast ásetingina í 1. pkt. hava foreldrini rætt til barsilspening samstundis í 2 vikur innan fyri tær fyrstu 18 vikurnar eftir, at foreldrini hava fingið barnið. Arbeiðskrav 11. Lønarútgjaldingar seinastu 2 mánaðirnar, ið eru meira enn 20 % hægri enn meðal inntøkan seinasta árið, verða ikki tiknar við í inntøkugrundarlagið. Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í heilt serligum førum gera undantak frá ásetingini í stk. 1. Kapitul IV Stødd á barsilspeningi Útrokningargrundarlag 12. 1) Grundarlagið, sum barsilspeningurin verður roknaður eftir, er móttikna miðal mánaðarliga gjaldskylduga A-inntøkan eftir 18 seinastu 12 mánaðirnar fyri fráveruna. Ger viðkomandi av bara partvíst at fara úr arbeiði, verður grundarlagið undir útrokningini viðv. barsilspeningi lækkað samsvarandi hesum. Stk. 2. 1) Hevur viðkomandi beint undan fráveruni verið á arbeiðsmarknaðinum í styttri tíð enn ta, nevnd er í stk. 1, verður barsilspeningurin roknaður eftir miðal móttiknu gjaldskyldugu A-inntøkuni eftir 18 hesa styttu tíðina, sbr. stk. 3. Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um tíðarskeiðið, sum skal verða nýtt sum útrokningargrundarlag eftir stk. 2, og í hvørjum førum eitt styttri tíðarskeið kann verða nýtt sum útrokningargrundarlag. Upphædd 13. 2) Barsilspeningur er 100% av útrokningargrundarlagnum smbrt. 12 tó soleiðis, at barsilspeningur ikki kann verða meira enn kr. 25.000 um mánaðin. Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann hækka ta í stk. 1 ásettu hámarksupphædd við støði í lønargongdini í samfelagnum. 60

Kapittul V Útgjald v.m. Umsóknir 14. Umsókn um barsilspening skal latast inn innan 6 mánaðir eftir barnsburð ella, í sambandi við ættleiðing, eftir at tey hava fingið barnið. Er umsóknin ikki latin inn innan hesa freist, fellur rætturin til barsilspening burtur. Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur reglur um útgjald, útgjaldsskeið, hvørjar upplýsingar skulu latast, hvør skal vátta hesar upplýsingar, freistir fyri innlatan av upplýsingum v.m. 14 a. 2) Løntakara, sum fær barsilspening frá barsilsskipanini, verður rindað frítíðarløn. Stk. 2. Áðrenn barsilspeningur verður útgoldin, verður upphæddin eftir 13 býtt við 1,12. Upphæddin, sum verður útroknað eftir 1. pkt., verður rindað løntakaranum, meðan munurin millum upphæddina eftir 13 og upphæddina, útroknað eftir pkt. 1, verður rindað sum frítíðarløn eftir frítíðarlógini. Útgjald til arbeiðsgevara 15. Í tann mun arbeiðsgevari rindar A-inntøku í sambandi við barsilsfarloyvi, verður barsilspeningurin, sum løntakarin hevði havt rætt til sbrt. 12 og 13, um viðkomandi ikki varð rindað A-inntøka, rindaður arbeiðsgevaranum. Stk. 2. 2) Í tann mun, barsilspeningur eftir stk. 1 røkkur, verður útgoldið fyri rindaðar A-inntøkur, umframt fyri lógaráløgd arbeiðsmarknaðargjøld, ið arbeiðsgevarin rindar í sambandi við farloyvistíðarskeiðið. Rindað verður tó ikki fyri frítíð við løn og frítíðarískoyti, sum løntakarin í barsilsfarloyvistíðini vinnur rætt til eftir frítíðarlógini. Rinda fleiri arbeiðsgevarar løn til sama persón, sum er í barsilsfarloyvi, og røkkur barsilspeningur ikki til fult endurgjald, verður endurgjaldið til hvønn teirra skert eftir nærri reglum, sum landsstýrismaðurin ásetur. Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um umsókn frá arbeiðsgevaranum, hvørjar upplýsingar, hann skal lata í sambandi við útgjaldið, hvør skal vátta hesar upplýsingar, og freistir fyri innlatan av umsóknum og upplýsingum v.m. 15 a. 2) Øllum stovnum, sum eru á fíggjarløgtingslógini við rakstrarjáttan, løgujáttan, landsfyritøkum og almennum grunnum, umframt teimum stovnum, ið koma undir málsræðið hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum at áseta lønar- og setanartreytir, verður veittur barsilspeningur eftir 15, stk. 1, um starvsfólk verður sett í staðin fyri tann, ið fer í barsilsfarloyvi. Stovnurin fær tó í mesta lagi endurgoldið tað, sum tann, ið er í farloyvi, fær goldið í løn. Stk. 2. Landsstýrismaðurin í vinnumálum ásetur nærri umsitingarligar reglur, herundir um freistir fyri at lata inn umsóknir. Afturrindan 16. Tekur persónur nýtt lønandi arbeiði upp í einum tíðarskeiði, tá viðkomandi nýtir rætt sín at fáa barsilspening, skal hann rinda barsilspening aftur fyri teir dagar, hann hevur havt slíkt arbeiði, eisini í teimum førum, har barsilspeningur er útgoldin til arbeiðsgevara jbr. tó stk. 2 og í mun til inntøkuna, viðkomandi hevur vunnið hesar dagar. Stk. 2. Er barsilspeningur útgoldin arbeiðsgevara fyri løn í farloyvistíðini til arbeiðstakara, skal arbeiðsgevarin uttan mun til stk. 1 rinda barsilspening aftur, um viðkomandi arbeiðstakari í sama 61

tíðarskeiði tekur nýtt arbeiði upp hjá hesum arbeiðsgevaranum. Stk. 3. Kravið um afturrindan av barsilspeningi eftir stk. 1 og 2 kann eisini fremjast við at mótrokna møgulig krøv frá arbeiðstakara ella arbeiðsgevara upp á barsilspening, og peningurin kann eisini krevjast inn við at afturhalda í løn og við panting. Stk. 4. Persónur, sum tekur upp nýtt lønandi arbeiði í einum tíðarskeiði, viðkomandi nýtir rætt sín at fáa barsilspening, skal boða umsitingarmýndugleikanum sbr. 25 frá hesum. Kapittul VI Fígging Gjaldskyldug 17. Landskassin ber útreiðslurnar til barsilspening. Til partvísa fígging av barsilspeningi eftir hesi lóg verður til landskassan kravt eitt gjald, sum er ásett í 19. Stk. 2. Gjaldskyldug smbrt. stk. 1 eru 1. øll, sum fáa A-inntøku, sum hava fulla skattskyldu í Føroyum, og sum hava fylt 16 ár, men ikki 67 ár, og 2. øll, sum rinda A-inntøku í Føroyum. Stk. 3. Persónar, sum eftir stk. 2, nr. 1, eru gjaldskyldugir, men sum ikki hava fastan bústað í Føroyum, kunnu eftir umsókn sleppa undan gjaldskyldu. Undantøkan hevur virknað frá tí degi, umsóknin er móttikin. Stk. 4. Persónar, sum eftir løgtingslóg um almannapensjónir fáa hægstu fyritíðarpensjón, og persónar, sum eftir somu lóg fáa miðal fyritíðarpensjón, av tí teir eru oman fyri 60 ár, men sum annars vildu fingið hægstu fyritíðarpensjón, verða eftir umsókn undantiknir frá gjaldskyldu. Undantøkan frá gjaldskylduni hevur virknað frá tí degi, umsóknin er móttikin. Gjaldsgrundarlag 18. Gjaldið verður kravt av øllum A-inntøkum, sum tey gjaldskyldugu fáa ella rinda, tó undantikið 1. fólka- og fyritíðarpensjón, 2. aðrar skattskyldugar almannaveitingar, tó ikki dagpening eftir dagpeningalógini, 3. tænastumannapensjónir og aðrar líknandi eftirlønir, uppihaldspeningur sbrt. hjúnabandslógini og barnapeningur sbrt. "lov om børns retsstilling", og 4. 3) A-inntøka til avmarkaða skattskyldu undir FAS-skipanini, ella fyri A-inntøku til avmarkaða skattskyldu umborð á skipum, sum eftir 2, stk. 1, litra j, 2. pkt. í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, við seinni broytingum, verða javnmett við skip, ið eru skrásett við heimstaði í Føroyum, og sum, um tey vóru føroysk, lúka treytirnar í 1, stk. 1 í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá. Stk. 2. Undantøka eftir stk. 1, nr. 3, verður veitt eftir umsókn, og undantøkan hevur virknað frá tí degi, umsóknin er móttikin. 62

Gjald 19. Gjaldið hjá teimum gjaldskyldugu er 0,25% av tí í 18 nevnda gjaldsgrundarlagi. Stk. 2. Gjaldið fellur til gjaldingar, samstundis sum teir gjaldskyldugu rinda ella fáa A-inntøku. Áðrenn A-inntøkan verður útgoldin, skal inngjaldið avroknast. Gjøld kunnu krevjast inn við panting. Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um inngjald, heundir avgreiðslugjald. Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann við kunngerð broyta tað í stk. 1 nevnda gjald, tó ikki hægri enn 0,25%. Kapittul VII Sjálvstøðugt vinnurekandi v.m. 20. Persónar, sum hava aðra inntøku av vinnu enn A-inntøku, hava rætt til barsilspening, um teir tekna eina trygging. Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur um, hvør kann tekna trygging, hvørjar inntøkur kunnu tryggjast, um inngjald, arbeiðskrav, útrokningargrundarlag, nær rætturin til barsilspening tekur við, eftir at umsókn um trygging er móttikin, eftirstøður, hvørjar upplýsingar tann, sum teknar trygging, skal lata, skiftisreglur v.m. Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur um, at persónar, sum annars ikki hava møguleika at koma undir skipanina, eftir egnum ynski tekna trygging og koma undir skipanina. Kapitul VIII Fyrisitingarligar ásetingar Upplýsingar 21. Til nýtslu í sambandi við útrokning og eftirlit við inngjalds- og útgjaldsupphæddum eftir hesi lóg, kann landsstýrismaðurin útvega sær allar upplýsingar frá Toll- og Skattstovu Føroya, Landsfólkayvirlitinum, Almannastovuni. Stk. 2. Fakfeløg og arbeiðsgevarar hava skyldu at geva landsstýrismanninum tær upplýsingar, hann biður um í sambandi við eftirlitsarbeiði og avgreiðslu av útgjaldi. 22. Hevur umsøkjari givið landsstýrismanninum skeivar upplýsingar ella tagt um umstøður, sum hava havt týdning fyri barsilspeningin, kunnu upphæddir, sum av órøttum eru útgoldnar, verða kravdar afturgoldnar frá tí, sum hevur fingið peningin útgoldnan. 23. Landsstýrismaðurin kann eftir nærri ásettum reglum gera gjaldsavtalur, heruppií avskriva krøv, tá útlit ikki eru at fáa allan peningin frá skuldaranum. Millumtjóða sáttmálar 24. Landsstýrismaðurin kann gera sáttmálar við onnur lond um barsilspening. Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um barsilspening v.m. fyri teir persónar, sum fevndir eru av sáttmálum sambært hesi grein, heruppií fyri hesar persónar áseta reglur, sum víkja frá ásetingunum í lógini. 63

Umsitingarmyndugleiki 25. Landsstýrismaðurin kann við kunngerð leggja umsitingina av lógini til Arbeiðsloysisskipanina eftir avtalu við Arbeiðsloysisskipanina, ella til annan fyrisitingarligan myndugleika. Í slíkum føri verða heimildirnar, sum landsstýrismaðurin hevur eftir hesi lóg, latnar fyrisitingarmyndugleikanum, tó ikki heimildirnar at áseta reglur. Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð nærri reglur um umsiting og eftirlit. Stk. 3. Avgerðir eftir hesi lóg ella eftir reglum, settum sbrt. lógini, kunnu kærast til landsstýrismannin innan 4 vikur eftir, at viðkomandi hevur fingið fráboðan um avgerðina. Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann leggja kærumyndugleikan eftir stk. 3 til annan fyrisitingarligan myndugleika, og kann samstundis áseta, at avgerðir hjá kærumyndugleikanum ikki kunnu kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika. Stk. 5. Útreiðslur, ið standast av umsitingini av skipanini, verða rindaðar av landskassanum. Kapitul IX Revsi- og gildiskomuásetingar Revsing 26. Um ikki strangari revsing er ásett í aðrari lóggávu, verður viðkomandi, sum sambært hesi lóg gevur skipanini skeivar ella misvísandi upplýsingar, revsaður við sekt ella hefti. Stk. 2. Fyri brot, sum løgfrøðiligir persónar, heruppií feløg, felagsskapir, grunnar, kommunur, land og statur gera, kann revisábyrgd verða áløgd tí løgfrøðiliga persóninum sum slíkur. Stk. 3. Í reglum, ásettum eftir hesi lóg, kann revsing verða ásett fyri brot á reglurnar. Gildiskoma 27. Henda lóg fær gildi 1. juni 2001. Stk. 2. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 37 frá 23. apríl 1999 um foreldrafráveru, orsakað av barnsburði, føðing og ættleiðing. Skiftisreglur 28. Persónar, sum, tá henda lóg fær gildi, fáa útgoldnan dagpening í sambandi við barnsburð eftir lov for Færøerne om dagpenge ved sygdom eller fødsel, sbr. lovbekendtgørelse nr. 102 frá 2. mars 1988, sum broytt við løgtingslóg nr. 94 frá 13. juni 1995 (dagpeningalógin), hava rætt at fáa barsilspening útgoldnan eftir reglunum í hesi lóg. Endanotur 1) Broytt við løgtingslóg nr. 110 frá 20. desember 2002. 2 í hesi løgtingslóg er soljóðandi: " Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd." og 3 í hesi løgtingslóg er soljóðandi: "Lógin hevur virknað fyri persónar, ið verða foreldur eftir 31. desember 2002. Stk. 2. Hóast stk. 1 verða ásetingarnar í 1, nr. 5 nýttar sum grundarlag fyri at útrokna barsilspening til persónar, ið hava rætt til barsilspening áðrenn 1. januar 2003, fyri ta tíð, ið eftir er av rættinum til barsilspening eftir 31. desember 2002." 64

2) Broytt við løgtingslóg nr. 29 frá 19. mai 2004, har 2 er soljóðandi:" Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juni 2004. Stk. 2. Henda løgtingslóg verður ikki nýtt í førum, tá løntakarin er farin í barsilsfarloyvi áðrenn 1. juni 2004, um løntakarin hevði havt rætt til barisilspening, tá hann fór í barsilsfarloyvi. 3) Broytt við løgtingslóg nr. 40 frá 27. aapríl 2005. 65

Reglur um dagpening Ferðing innanoyggja 1. Starvs- ella tænastumaður, sum fer tænastuferð, sum varir longri enn 4 tímar og er longri burtur enn 4 km. frá tænastustaðnum, fær dag- og tímapening, harundir náttarviðbót. Vanliga verður ikki latin dag- og tímapeningur innanfyri somu kommunu. Stk. 2. Tænastustaðurin er, um ikki annað er fyrisett, arbeiðsstaðurin, ið er ávíst tænastumanninum (skrivstova, tollbúð, útskiftingarbygd o.t.), soleiðis at 4 km markið verður roknað haðani. Stk. 3. Dagpeningur verður roknaður fyri hvørt samdøgur, sum tænastumaðurin er burturstaddur. Er tænastuferðin styttri enn 16 tímar, verður tímapeningur roknaður fyri hvønn ásettan tíma. Er hon longri, verður dagpeningur latin. Stk. 4. Náttarviðbót verður veitt fyri at hava ligið nátt burtur frá tænastustaði, hevur yvirvaldið ikki ávíst honum innivist. Náttin verður roknað til 8 tímar. Stk. 5. Full viðbót verður veitt upp í 28 dagar. Fyri longri tíð verður viðbótin sett niður. Stk. 6. Rindar landskassin tænastumanni úti kost og innivist eftir nærri fyrisettum treytum, fær hann ikki dag- og tímapening. 2. Eftir frammanfyri tilskilaðu reglum verður dag- og tímapeningur fyrisettur soleiðis: Tímapeningur kr. 15,00 Fullur dagpeningur kr. 250,00 Hartil verður veitt náttarviðbót eftir rokning, tó í mesta lagi kr. 500,00 Náttarviðbót, ikki skjalprógvað kr. 230,00 Lækkaður dagpeningur, heruppií náttarviðbót kr. 212,00 Av hesum náttarviðbót kr. 106,00 Ferðing uttanlands. 3. Stovnsleiðslan skal geva loyvi til tænastuferðir uttanlands (ferðaloyvi). 4. Fyri tænastuferðir til Danmarkar er dagpeningurin kr. 360,- um dagin, á heimferðardegi kr. 200,-. Harumframt verður goldið fyri innivist á hotelli eftir rokning, tó í mesta lagi kr. 700,- fyri hvørja nátt. Um tænastumaður ikki skjalprógvar útreiðslur til hotell, fær hann náttarviðbót kr. 250,- fyri hvørja nátt. Stk. 2. Fyri tænastuferðir uttanfyri ríkið verða reglurnar hjá uttanríkisráðnum nýttar. Stk. 3. Full viðbót verður veitt upp til 28 dagar. Fyri longri tíð skal verða gjørd avtala um viðbót í hvørjum einstøkum føri. Stk. 4. Reglan í 1, stk. 6 er eisini galdandi fyri ferðing uttanlands. Felags reglur 5. Av dag- og tímapeningi skal tænastumaður rinda kostarhald og innivist. Útreiðslur av ferðapeningi við skipi, flogfari, bussi o.t. verða endurgoldnar eftir rokning. Tænastumaður hevur 66

skyldu til, í tann mun tað er gjørligt, at nýta almenna ferðasambandið. Stk. 2. Útreiðslur fyri telefon verða endurgoldnar, um telefonsamrøðurnar eru tænastuligar. 6. Er tænastumaður, sum hevur rætt til dagpening, á skeiði ella líknandi, har matur er roknaður í skeiðgjaldið (ella innbjóðing), hevur hann bara rætt til 1 / 4 av dagpeninginum. Eru ikki allar máltíðir roknaðar við í gjaldinum, verður drigið frá dagpeninginum soleiðis: fyri morgunmat 15%, fyri døgverða 30% og fyri nátturða 30%. Verður gist á hotelli í Danmark, og morgunmaturin er við í hotellprísinum, verða ikki 15% drigin frá í dagpeninginum fyri morgunmat. Er gisting roknað við í gjaldið fyri skeiðið, hevur tænastumaðurin ikki rætt til náttarviðbót ella endurgjald fyri hotell. 7. Henda regla kemur í gildi frá tí degi, hon er staðfest. Samstundis fer avtalan um dagpening frá 12. juni 1998 úr gildi. Fíggjarmálastýrið, 11. oktober 1999 Viðv. dagpeningi og endurrindan fyri hotell. Lønardeildin hevur í seinastuni fingið fleiri fyrispurningar um, nær 15% skulu dragast frá í dagpeninginum. Brot úr "Vegleiðing til ferðauppgerð fyri tænastuferðir uttanlands. (Seinast broytt 30. august 1999)" "Fyri innivist á hotelli verður goldið eftir rokning, tó í mesta lagi hotell-upphæddin, sum stendur omanfyri. Eru útreiðslur fyri hotell ikki skjalprógvaðar, er náttarviðbótin 1/3 av hotell-upphæddini." "Av dagpeningi skal kostarhald verða rindað " Semjan millum Tænastumannafelag Landsins og Fíggjarmálastýrið 11. oktober 1999: 6. Er tænastumaður, sum hevur rætt til dagpening, á skeiði ella líknandi, har matur er roknaður í skeiðgjaldið (ella innbjóðing), hevur hann bara rætt til 1 / 4 av dagpeninginum. Eru ikki allar máltíðir roknaðar við í gjaldinum, verður drigið frá dagpeninginum soleiðis: fyri morgunmat 15%, fyri døgverða 30% og fyri nátturða 30%. Verður gist á hotelli í Danmark, og morgunmaturin er við í hotellprísinum, verða ikki 15% drigin frá í dagpeninginum fyri morgunmat. Út frá omanfyristandandi framgongur at fyri tænastuferðir aðrastaðni enn í Danmark er galdandi at, er morgunmatur íroknaður hotellprísin, skulu 15% dragast frá í dagpeninginum. Undantikið frá hesi meginreglu er, tá útreiðslurnar fyri hotell eru hægri enn mest loyvda upphæddin, og starvsfólk sostatt rinda ein part av hotellinum sjálvi. Dømi: 67

Mest loyvda upphædd fyri hotell: 800,00 kr. Veruligur kostnaður íroknað morgunmat: 900,00 kr. Dagpeningur: 380,00 kr. 15% av hesum er: 57,00 kr. Tá gjørt verður upp, verður hetta gjørt soleiðis: Arbeiðsgevarin endurindar 800,00 fyri hotell og drigið verður ikki 15% í dagpeninginum. (legg tó til merkis, at um hotellið t.d. kostar 830,00 so skulu 27,00 kr. verða drignar frá í dagpeninginum. Gjørt skal verða vart við, at í yvirlitinum yvir galdandi takstir er hotellupphæddin í tí lokala gjaldoyranum, og dagpeningurin er í donskum krónum. 68

Nýtsla av egnum bili í tænastuørindum Tænastu- og starvsfólk, sum javnan eru í tænastuørindum, kunnu fáa skrivliga heimild frá viðkomandi stovni at nýta egnan bil í tænastuørindum. Loyvið kann vera avmarkað viðvíkjandi tíð, vegastrekkjum og koyrinøgd. Stk. 2: Harumframt kunnu tænastu- og starvsfólk eftir avtalu í hvørjum einstakum føri fáa loyvi at nýta egnan bil til einstakar tænastuferðir. Fylgjandi samsýning pr. km. verður latin fyri koyring við egnum bili: Upp til 10.000 km í einum fíggjarári... 290 oyru Oman fyri 10.000 km í einum fíggjarári... 190 oyru Samsýning verður ikki latin fyri koyring innanbíggja á tænastustaðnum. Landsstýrið kann tó fyri ávís arbeiðsøki gera undantak frá hesi reglu. 2 3 4 Landsstýrið kann í serstøkum førum góðkenna, at tænastu- og starvsfólk fáa fasta samsýning fyri nýtslu av egnum bili til tænastukoyring. Tílík loyvi kunnu bert verða veitt teimum, sum fyri mesta partin hava arbeiði í markini, t.d. vegumsjónarmenn, vegformenn og telefonmenn Skrivlig loyvi eftir 1, stk. 1, og 4 skulu skrásetast hjá grannskoðanardeildini. Uppgerð yvir tænastukoyring skal sendast stovninum hvønn mánað. Hesar reglur eru galdandi fyri koyring aftan á 1. desember 1989. 5 6 7 Føroya Landsstýri, tann 8. desember 1989 Vegna: SFS Elektron FAG Hans Jákup Langaard Niels Chr. Nolsøe Marita Rasmussen 69

70