Tíðindi úr Føroyum tann 31. mars Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Relaterede dokumenter
Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar

Sagsøgeren har påstået sagsøgte dømt til at betale kr. med procesrente fra den 26. juni 2003, subsidiært procesrente fra den 22. april 2008.

Sigurd fekk medalju fyri sigling í krígstíð í Íslandi

forbindelse med både ansættelse, ændring i ansættelsesforhold og ved afslutning af ansættelsen.

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál. Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess

Námsferð 25. mai 5. juni 2017

- Webundersøgelse, Fólkaskúlaráðið, oktober Fólkaskúlaráðið. Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på

Givið út 30. mai 2017

Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding av elinnleggjarum

Gamlar myndir úr Norðuroyggjum

DOM. Under denne sag, der er anlagt den 16. august 2010, har sagsøgerne, A, B, C, D, E, F, H, I, J og K, nedlagt påstand om:

Kanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum

Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál

11. december (Indsendelsesbekendtgørelsen) Kapitel 1 Anvendelsesområde


Minni um teir, sum sigldu og teir, sum doyðu undir krígnum Ferðin hjá "Johannu" eitt rimmar tiltak.

Klagan til TV2. Hvat kann gerast. Upplivdi illveðrið í 1932, ið beindi fyri formanni í FF. Livravirkið á Eiði. Frásøgn hjá Andrew Godtfred:

Fólkaheilsukanning Hvussu hevur tú tað 2015

Vegleiðing at dagføra GPS-kort. Tillukku við tínum keypi av GPS-korti. Kortið fevnir um Føroyar.

Út á Fagranes, har 7 fiskimenn mistu lívið í 1927

Frágreiðing frá Skipaeftirlitinum um arbeiðsvanlukku umborð á Túgvusteini hin

Fakturablanketten virk.dk. 1 At senda elektroniskar rokningar við fakturablanketten

Føroyskur saltfiskur væl umtóktur

Tíðindi úr Føroyum tann 10. okt Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Marius smíðar bát í Íslandi. ALS 10 ár. Stór frásøgn frá hátíðarhaldinum. Bjarni Djurholm má steðgast og fiskimonnum má vera tryggjað rættindi.

BÚSKAPARRÁÐIÐ KOMMUNAL ÚTJAVNING

Tíðindi úr Føroyum tann Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

DOM. De sagsøgte har nedlagt påstand om frifindelse, således at Skatte- og afgiftkærenævnets afgørelse af 9. november 2016 stadfæstes.

Álit Viðvíkjandi klagu um vantandi fráboðan, grundgeving og kæruvegleiðing í avgerðum hjá TAKS

Álit. viðvíkjandi klagu um manglandi svar upp á innlitsumbøn

Aftaná eitt misálit Tað hjálpir einki bert at seta nýggjan landsstýrismann. Tað, sum ræður um, er ein fullkomilig umskipan av fiskimálaráðnum.

ICES viðurkennir. Bjargingarroynd í Vágsbotni. Fiskaren vitjar FF. Bernhard 5. partur. Løgtingsins umboðsmaður setir kærarar í gapistokk.

Samandráttur av øllum uppskotunum

Álit. viðvíkjandi klagu um handfaringina hjá Hvalbiar kommunu av eini innlitsáheitan

Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin. Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014

Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging

Heilsulýsing Landslæknans

Tíðindi úr Føroyum tann 2. mai Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Kirkjuligt Missiónsblað

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

Málsgongd Við skrivi, dagfest 12. desember 2008, sendi Mentamálaráðið soljóðandi uppsøgn til klagaran:

Søgan um "Vesturhavið Blíða"

Heilsu- og innlendismálaráðið

Strongdkanning av limum hjá Starvsmannafelagnum. Gjørd av Fegin Ábyrgdari: Niclas Heri Jákupsson

Advokatskrivstovan Fr. Petersensgøta

Tíðindi úr Føroyum tann 3 nov Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Lívsins salt. Vit hava verið í Ibiza og hugt eftir saltframleiðslu. Neptun og Nólsoy

Skiparin sum virkaði sum tannlækni

Løgtingið. Tórshavn, tann 24. februar 2009 Vmr J.Nr.:

Løgmansskrivstovan. Løgtingið Dagfesting: 11. november 2016 Mál nr.: /16 Málsviðgjørt: GJ

Suðuroyar Sparikassi P/F

Mikudagin TANN 15. apríl verður ráðstevna á Hotel Føroyum um multiresistentar bakteriur og antibiotikaresistens

Tíðindi úr Føroyum tann 27. okt Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Álit um stýrisskipanarviðurskifti Føroya

Heilsu- og innlendismálaráðið

Vitjan hjá sjómanninum ið gjørdist borgmeistari. Hóttanin úr Kina: Tímaløn kr. 3 Íslendsk frásøgn frá fiskavirkjum í Kina. Síða 3

Tíðindi úr Føroyum tann 13. juni Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Smiðjan á Skipanesi Brot úr okkara smiðjusøgu. Okkara maður í Nambia. Er prískappingin í vanda? Børn á Sanatoriinum

Álit. løgtingsmáli nr. 79/2008: Uppskot løgtinglóg um avtøku av løgtingslóg um altjóðarættarligu sáttmálar Føroya landsstýris at gera

Mest støðuga fiskavirkið er í Vági

BORNE- OG SOCIALMINISTERIET HEILSU- OG INNLENDISMÅLARÅDID. Felags yvirlysing i sambandi vid yvirtøku av målsøkinum "persons-, husf61ka- og arvarætti"

Tíðindi úr Føroyum tann Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 16. okt Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 5. juni Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Konference om affald på havet

Løgtingsmál nr. xx/2008: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tænastumenn landsins. Uppskot. til

ES-fyriskipanin um persónsdátuvernd

Bjørn kann ikki nokta fiskimonnum at kryvja við maskinu

LØGMANSSKRIVSTOVAN LØGDEILDIN

Álit. viðvíkjandi. víðkan av føroysku útbúgvingarstuðulsskipanini til allar lesandi føroyingar uttanlands

Blákrossheimið Ársfrágreiðing 2017

Ein fiskivinnubygd í Íslandi

Tíðindi úr Føroyum tann 18. okt Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Kirkjuligt Missiónsblað

Laksur frá veiðu í Alaska til sølu av føroyingi í USA

Børn og doyving Kunning til foreldur

Nýggj stjórnarskipan má fyrst og fremst verja borgaran

Suðuroyar Sparikassi P/F Skrás.nr. / Reg.no 4122

Fiskimaðurin Andrias í Tarti. Vit ynskja honum tillukku og hava 5. part av hansara lívssøgu. M.a. eru vit í barsil hjá Georg L. Samuelsen í 1911.

Uppskot. til. Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta soljóðandi uppskot til kongliga fyriskipan í gildi fyri Føroyar:

Skotin niður av torpedo!

Tíðindi úr Føroyum tann 25. august Tíðindi frá Kringvarpi Føroya samansett av Føroysku Sjómanskirkjuna/bjg

Fiskimaðurin sum gjørdist dýnukongur

Uppskot til. ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar partar av broytingum í hjúnabandslógini og rættarvirknaðarlógini

Nýggj skip. 70 ár síðan Nólsoy gekk burtur Søgan um ringin sum kom aftur. Svenskari vitjað í Føroyum í 56 ár

Løgtingsmál nr. 59/2014: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar

Tíðindi úr Føroyum tann 12. okt Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Føroyskt Kap Verdiskt Mexicanskt brúdleyp Seinastu tvær vikurnar hava verið tvey brúdleyp sum úrslit av, at Logos vitjaði í Føroyum í 2001.

Bygnaðarbroytingar, tænastumenn og grundgevingar

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

Hvussu kunnu vit liva sum trúgvandi í dag?

Uppskot. til. løgtingslóg um rættindi løntakaranna í sambandi við, at landsstýrið yvirtekur mál og málsøki frá ríkismyndugleikunum

Tíðindi úr Føroyum tann 27. Septembur Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Kr. 49,95 Í stóran mun eru tað tilflytarar, sum hava ment ferðavinnuna í Nólsoy. Ein avgjørdur høvuðspersónur er Tjóðhild Patursson

Guaria Dam Andreasen. Gunnar Holm-J acobsen 31. oktober :51 Annika Smith Marjun Hanusard6ttir. Til: Høj. Kære Annika,

Tíðindi úr Føroyum tann 6 nov Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Kirkjuligt Missiónsblað

Heilsan hjá langfarafiskimonnum

Framleiðsla av salti

Transkript:

Tíðindi úr Føroyum tann 31. mars 2015 Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni. Griksk søla av havnini í Pireus í eygsjón Grikska stjórnin ætlar at selja partabrævameiriluta sín í havnini í Pireus um fáar vikur, hevur landsins varaforsætisráðharri sagt fyri almennu kinesisku tíðindastovuni Xinhua. Sølan hevur annars verið sett á standby, eftir at vinstrasinnaða stjórnin kom til valdið í januar. Nýggja Syriza-stjórnin við Alexis Tsipras á odda hevði annars lovað at steðga privatiseringunum, sum undanfarma konservativa stjórnin hevði góðkent til tess at útvega pening til slunkna grikska ríkiskassan, herundir sølu av 67 prosentum av partabrøvunum í Pireus Port Authority. Tørvurin á at reisa kapital letur nú til at hava størri týdning fyri stjórnina, tí Grikkaland eftir øllum at døma fer í gjaldssteðg 20. apríl, um tað ikki eydnast at endurnýggja lán við IMF og ES. Cosco Group í Kina sær út til at liggja best fyri av teimum fimm tilboðsgevarunum at yvirtaka havnina. Cosco og aðrir tilboðsgevarar hava allir eitt kappingarført tilboð, segði grikski varaforsætisráðharrin, Yanis Dragasakis, sambært Xinhua, undir eini vitjan hjá grikskum ráðharrum í Kina. Handilin verður avgreiddur um fáar vikur, eftir at hava verið seinkaður av grikska stjórnarskiftinum, segði Dragasakis, sum samstundis róði fram undir, at Cosco, sambært Xinhua, hevði bestu møguleikarnar. Pireus Port Authority rekur Pier 1 í havnini, sum er tann størsta í Grikkalandi. Cosco rekur longu frammanundan tveir aðrar terminalar í havnini í Pireus. Kelda: Port News Antares.fo Heimsins fyrsta metanolferja í sigling Í síðstu viku varð ferjan Stena Germanica latin reiðarínum Stena Line aftur, eftir at hava verið á skipasmiðju í tveir mánaðir, har hon er umbygd til at kunna sigla á metanoli. Umbyggingin er nú liðug, og Stena Germanica er farin aftur í sigling á rutuni Kiel-Göteborg sum heimsins fyrsta metanolrikna ferja. 27. mars var hátíðarhald í Kiel í sambandi við umleggingina hjá ferjuni til metanolrakstur, og í gjár var hátíðarhald í Göteborg. Metanol er sum brennievni umhvørvisvinarligt og útreiðslueffektivt og avmarkar samstundis útlátið av svávuli og bitlum við 99 prosentum. Brennievnisskipanin og motorarnir á ferjuni eru tillagað á skipasmiðjuni Remontowa í Gdansk í Póllandi í samstarvi við Stena Line og Wärtsilä. Tøknin er dual fual, har metanol er høvuðsbrennievnið, men møguleiki er at sigla á marinugassolju sum back-up. Umleggingarverkætlanin hevur samanlagt kostað 22 miljónir evrur og hevur fingið stuðul úr ES umvegis Motorways of the Seas-program. Eg haldi, at stigið hjá Stena Lines sum fyrsta reiðarí í heiminum at brúka metanol sum eitt alternativt brennievni er sera hugaligt. Hetta er slóðbrótandi, tá hugsað verður um burðardygga menning, og vísir, hvussu tað á ábyrgdarfullan hátt ber til at verja umhvørvið og veðurlagið, sigur Ann-Catrine Zetterdahl, stjóri í svenska sjóferðslustýrinum. Kelda: Stena Line Antares.fo Jyllands-Posten biður løgmann um umbering 31.03.2015-09:03 Tá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, í nýggjársrøðu sínari nevndi møguleikan fyri at taka móti flóttafólkum, setti hann hol á eitt kjak, ið hevur verið mest umtalaða málið í 2015. Í kjalarvørrinum av røðuni vóru meiningarnar nógvar, og tjóðin tykist at vera klovin í tvey í spurninginum um flóttafólk.

Seinni hevur løgmaður nevnt møguleikan at taka móti 60 familjum, men var hetta eitt tal, ið hann seinni tók í seg aftur, tí hann metti tað vera ov høgt. Tí vakti tað ans, tá hann um vikuskiftið varð endurgivin í danska blaðnum Jyllands-Posten fyri at nevna sama tal, ið hann annars hevði tikið frástøðu frá. Nú vísur tað seg tó, at samrøðan við løgmann er nakrar vikur gomul, og varð gjørd áðrenn hann broytti støðu í málinum. Tískil bað Jyllands-Posten í blaðnum í gjár løgmann um umbering fyri skeivleikan í greinini. Umberingin, ið stóð at lesa í blaðnum í gjár, var fylgjandi: "Af en artikel lørdag fremgik det på baggrund af et interview med den færøske lagmand, at Færøerne ønskede at modtage op til 60 af de syriske flygtningefamilier, som får asyl i Danmark. Efter at interviewet fandt sted for ca. en måned siden, har lagmanden imidlertid opgivet forslaget. Jyllands- Posten beklager, at lagmanden ikke blev kontaktet igen, inden artiklen blev bragt." Føroyingar á Facebook eru tvíbýttir um havnarútbyggingina 31.03.2015-09:45 Undirskriftsinnsavnan er eitt kent amboð at brúka, tá borgarar ynskja at skjalprógva eina breiða ónøgd við ávís mál. Við Facebook er hetta tó vorði munandi lættari, nú stigtakarar einans nýtast at stovna eina síðu fyri at byrja eitt mótmæli, ið brúkarar kunnu taka undir við, við at trýsta á ein knøtt á telduni. Ómakaleyst, men samstundis eisini ivasamt um tað hevur somu tyngd sum vanligar undirskriftsinnsavningar. Eitt av teimum meira eldfimu málunum í føroysku politikki síðstu tíðina, ætlaða havnarútbyggingin í Tórshavnar kommunu, hevur eisini fingið fólk at flokkast saman á Facebook, har tey deilast upp í bólkar. Um brúkarar á sosiala miðlinum skriva inn orðið Skansin á leitibreddanum ovast í síðuni, so fáa tey tvær síður, við sama navni, men í sterkari andsøgn til hvønn annan. Eina síðan er fyri teirra, ið ynskja at Skansin skal varðveitast sum hann er, og heita á Tórshavnar Býráð um at bíða við útbyggingini av keiøkinum undir Skansanum, ið tey meta kann beina fyri Skansan. Tann síðan telur í løtuni 850 persónar. Hin síðan er fyri teirra, ið meta at Skansin kemur aftur til heiður og æru í nýggju verkætlanini hjá Tórshavnar býráð. Tann síðan telur í løtuni 857 persónar. Sostatt tykist, at umstrídda útbyggingin hevur klovið føroysku brúkarar á sosiala miðlinum í tvey, og torført er at taka dagar millum hvør hevur størri stuðul, tí tølini broytast í heilum. Til samanlíkningar kann nevnast, at tá bankarnir broyttu avgerðina um at tvinga føroyska brúkaran at nýta NemID, so var tað millum annað aftaná at ein Facebook síða varð settur á stovn, ið umleið 1500 føroyingar høvdu dámt. Tá vildu fleiri fjølmiðlar vera við, at undirtøkan á síðuni var at metan sum ein stór fólkslig mótstøða móti ætlanum hjá bankunum. Til ber at fylgja við úrslitinum og vísa sína støðu við at trýsta á ein av møguleikunum undir greinini. TAKS vann á Vinnuni í Hægstarætti 31.03.2015-11:50 Hægstirættur hevur í dag sagt dóm í sakarmálinum millum TAKS og partaeigararnar i Vinnuni í samband vinningsbýti av partabrøvum. Í einum samandrátti á heimasíðuni hjá Hægstarætti verður staðfest, at kapitalvinningsskattur skuldi gjaldast fyri søluna av partabrøvunum í Vinnuni til nýggja felagið, p/f 30. september 2005. Talan er um eina upphædd á 53,4 milliónir krónur. TAKS tapti sakarmálið í bæði Føroyarætti og Eystara landsrætti, men fekk loyvi at royna málið í

Hægsta rætti, har teir í dag vunnu. Í samandráttinum verður fylgjandi staðfest: - Hægstirættur sló fast, at upphæddin á í alt 152,5 milliónir krónur, ið partaeigararnir fingu tilluta, ikki skuldi metast sum skattafríur vinningsbýti, men má metast at vera skattaskyldigur vinningur. Hægstirættur gav harvið TAKS viðhald. Taks-stjórin nøgdur við hægstarættardómin 31.03.2015-13:23 Tað var ein vælnogdur Taks-stjóri, sum í dag kundi fáa boðini um, at føroyska skattavaldið hevur vunnið stóra málið móti Vinnuni í Gøtu í Hægstarætti í Keypmannahavn. - Vit eru nøgd við dómsúrskurðin, og at hetta nú er yvirstaðið, segði Eyðun Mørkøre við útvarpið hjá Kringvarpi Føroya á middegi. Hann veit enn ikki júst upphæddina, sum nú kann inntøkuførast á kontuni, sum eitur kapitalvinningsskattur, men talan verður um eina stóra upphædd, sum kemur at síggjast aftur í landskassaroknskapinum. Hóast Taks nú hevur vunnið hetta málið, so verða ikki fleiri mál av líknandi slag at síggjast, tí hóast tað skuldu verið aðrar vinnufyritøkur, sum hava gjørt brúk av hesum holinum í skattalóggávuni, so eru hesi mál so mikið gomul nú, at tey eru firnað, og tí ber ikki til at reisa rættarmál, segði Eyðun Mørkøre við útvarpið. Akraberg sett kós móti Føroyum 31.03.2015-14:03 Føroyski verksmiðjutrolarin, hevur sett kós móti Føroyum við fullari last, sum teir hava fiskað í Barentshavinum. Akraberg hevur havt roktúr hendan túrin, og hevur einans fiskað í 17 dagar. Teir vera í Føroyum hósdagin og landa veiðuna, ið er 840 tons, í Fuglafirði. Akraberg fer nýggjan túr so skjótt teir hava landað. Fiskur.fo Frederikshavn: Minnast offrini frá Scandinavian Star 31.03.2015-15:55 Ein minnissteinur við nøvnunum á teimum 159 fólkunum, sum doyðu tá eldur kom í ferjuna Scandinavian Star í 1990, verður seinni í ár reistur á havnaøkinum í danska býnum Frederikshavn. Tað upplýsir DR Nordjylland í dag. Langt um leingi eru Frederikshavn kommuna og danska stuðulsfelagið hjá Scandinavian Star komin ásamt um at seta minnisvarðan upp. Steinurin verður úr granitti og verður settur upp á Paradiskajen nærhendis fergulegurnar hjá Læsøferjuni og Stena-ferjunum. Steinurin kemur at síggjast frá innilokaðu gongubrúnni, ið verður kallað Valutaslangen, og kemur tí at síggjast av nógvum fólkum hvønn dag. Tað hevur leingi verið arbeitt fyri at fáa hetta minnismerkið upp í Frederikshavn, men misskiljingar millum kommununa og stuðulsfelagið hevur havt við sær, at tað skuldi ganga 25 ár áðrenn nøvnini á offrunum frá ógvusliga eldinum komu upp, skrivar Ritzau. Frammanundan eru minnismerki fyri offrini sett upp í Oslo í Noregi og Lysekil í Svøríki. 7. apríl eru 25 ár síðani ógvusliga eldin á Scandinavian Star. 158 fólk lótu lív umborð og einn persónur doyði seinni av løstunum frá brandinum. Landsstýrið sendir hjálp til Vanuatu 31.03.2015-16:31 Føroya Landsstýrið sendir 200.000 krónur umvegis Reyða Kross Føroya sum hjálp til ofrini fyri ógvusligu ódnina Pam, ið gjørdi stóran skaða herfyri í oyggjalandinum Vanuatu í Kyrrahavinum. Hetta boðar Reyði Krossur frá í tíðindaskrivi.

Við vindmegi upp til 300 kilometrar um tíman er Pam hin næst harðasta ódnin, ið nakrantíð er máld. Tann ógvusligasta var Haiyan, ið rakti Filipsoyggjar fyri fáum árum síðani og kravdi fleiri túsund mannalív. Skaðarnir eftir ódnina Pam eru umfatandi, og Altjóða Reyði Krossur hevur sent út áheitan um hjálp. Vanuatu, ið hevur 260.000 íbúgvar á 65 oyggjum, bleiv fleiri staðir sett í undantøkustøðu. Ódnin kravdi átta mannalív, og umleið 60.000 fólk eru rakt av risa stóru skaðunum. Fólk í túsundatali hava mist hús og heim. Reyði Krossur skipar fyri, at hjálpin frá Føroya Landsstýrið fer til bráðfeingishjálp, so sum mat, reint vatn, teppir, heilivág og fyribils bústaðir. Fleiri tilburðir av svínakrími í Føroyum einki at óttast 31.03.2015-17:50 - Talan er um vanliga influensu, og einki er at óttast. Soleiðis sigur William Smith, smittufrøðingur á Landssjúkrahúsinum, nú tveir tilburðir av H1N1 eru staðfestir á Landssjúkrahúsinum. H1N1 verður vanliga kallað svínakrím. Tá hetta krímið herjaði seinast umleið í 2009 var ótti fyri, at talan var um eina umfatandi umfarssjúku, men tað hendi ongantíð. Tí sissar smittufrøðingurin tey, sum óttast hesa smittuna. - H1N1 er bert eitt slag av krími, og ikki meira vandamikið enn hini sløgini av influensa, sigur William Smith. Hann sigur, at teir báðir tilburðirnir av sokallaðum svínakrími, sum eru funnir á Landssjúkrahúsinum eru frá sjúklingum, ið eru innlagdir orsaka av øðrum sjúkum. - Vit frætta, at tað eru nógv, sum liggja sjúk við krími í løtuni. Tað er væl hugsandi, at fleiri av teimum eru smittað við H1N1, men tað fáa vit ikki at vita, tí kommunulæknarnir hava ikki skyldu at kanna og boða frá vanligum krímsjúkum til landslæknamyndugleikarnar, vísir William Smith á. Sjálvur heldur hann, at tað kundi verið áhugavert at fingið kanna, hvussu útbreidd H1N1 smittan er. ST Senda 26 milliardir krónur til Sýria 31.03.2015-18:16 Til eina ráðstevnu, ið snúi seg um at veita hjálp til krígsherjaða Sýria, hava luttakandi londini í Sameindu Tjóðum lovað at lata 2,8 milliardir dollarar til Sýria, sum svarar til 26 milliardir krónur. Tað skrivar aðalskrivarin í ST, Ban Ki-moon, sambært tíðindastovuni Reuters. Yvirlit: So nógv eru fyri og so nógv eru ímóti havnaútbyggingini 31.03.2015-19:38 Undirskriftsinnsavnan er eitt kent amboð at brúka, tá borgarar ynskja at skjalprógva eina breiða ónøgd við ávís mál. Tvær síður við navninum Skansin heita í dag fólk um at trýsta á dáma. Onnur Facebooksíðan er ímóti og hin er fyri havnaútbyggingini í Havn. Portalurin hevur sett síðurnar upp niðanfyri, so tað ber til hjá fólki at fylgja við hvussu nógv dáma hesar báðar Facebooksíðurnar. Stormur í Evropa: Trý deyð í Týsklandi 31.03.2015-21:25 Tríggir persónar eru deyðir í Týsklandi av hørðum hvirlum í ódnarveðrinum, skrivar VG. Ein maður doyði, tá ið ein betongveggur raplaði saman. Tveir vegarbeiðarir mistu eisini lívið, tá ið eitt træ fór um koll og lendi á bilinum, sum teir vóru í. Upptøkur frá flogvanlukkuni í fronsku Alpunum funnar 31.03.2015-21:50

Ein telefon við upptøkum av teimum seinastu sekundunum, áðrenn Germanwings flogfarið rendi í suðurfronsku Alpurnar, er funnin millum leivdirnar. Tað skrivar miðlarnir Paris Match og Bild, sum báðir hava sæð upptøkurnar. Myndirnar úr ferðamannarúminum eru kaotiskar og torførar at týða, men fleiri skríggj hoyrast. Eisini hoyrir man ferðafólkini rópa "Á Guð mín" á fleiri ymiskum málum. Nýggjur útlendskur filmur um grindadráp í Føroyum 31.03.2015-22:49 Ed Ou úr Kanada og Elise Coker úr USA hava gjørt ein heimildarfilm um grindadráp í Føroyum, sum kallast "The Grind: Whaling in the Faroe Islands". Tey skriva lýsingina til filmin soleiðis: - Tað finst ikki nógv landbrúk í Føroyum - nakrir oyggjaflokkar í Norður Atlantshavinum, javnfjarar frá Noregi, Íslandi og Skotlandi. Umframt seyðin, sum gongur fríur um firðirnar og nakrar rótfruktir, hava Føroyar altíð veitt mat í havinum kring seg, eitt nú fisk, sjófugl og grindahval, sum tey slakta í eini veiðu, ið kallast grindadráp. Í løtuni hava út við 4000 fólk sæð filmin, sum liggur á youtube. Í fjør gjørdu tey ein film um nátaveiðu. Áki Bertholdsen 31.03.2015 (09:05) Jenis av Rana skilir ikki hini - Eg skilji ikki, at løgtingislimir í samgonguni, tíma hetta. Tað segði Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin, sum er í samgongu. Løgtingið hevur nú felt uppskotið hjá Kristinu Háfoss um at seta eina varskógvaraskipan í verk fyri almenn starvsfólk, har tey dulnevnd kunnu boða frá óreglusemi á arbeiðsplássunum. Men tað hevur verið frammi, at samgongan hevur gjørt av, at uppskot frá andstøðuni skulu ikki samtykkjast uttan so, at samgongan er fullsamd um tað. Og hetta málið er hon ikki fullsamd um. Nógv í samgonguni siga, at uppskotið er óneyðugt, tí starvsfólk hava ríkiligt av møguleikum at gera vart við seg. Tey hava eitt grundlógartryggjað talifrælsi og tey hava løgtingsins umboðsmann. Tey kunnu fáa onkran at biðja um alment innlit, ella tey kunnu fáa ein politikara at taka málið upp. Jenis av Rana, heldur, at skilir ikki, at tinglimir í samgonguni tíma at vera ímóti einum máli, sum hesum. Hann undrast á, at tað ikki er eitt niðara mark fyri, hvat tinglimir í samgonguni vilja seta seg ímóti av uppskotum frá andstøðuni. - Hetta er eitt lítið mál, sum kortini hevur stóran týdning. - Serliga í einum máli, eg haldi, hvør einasti ein av okkum, tekur undir við. At tit tíma at gera hetta til ein trupuleika, tað skilji eg ikki, sigur Jenis ev Rana. Men Jenis av Rana ivast ikki í, at so títt og knapt, løgtingsval hevur verið seinni í ár, verður tað samtykt, at seta eina varskógvaraskipan í verk. Hann sigur, at hetta snýr seg ikki um teir møguleikar, almenn starvsfólk longu hava. - Hetta snýr seg um at tryggja tey almennu starvsfólk, sum boða frá óreglusemi, sigur hann. Hann vísir til fyrrverandi fíggjarstjóran á Strandferðsluni, Hans Petur Joensen, sum segði frá. Men tann einasti taparin, sum stóð eftir, var nettupp hann, tí hann misti starvið. Jenis av Rana avsannar kortini, at tað er ein avgerð í samgonguni at fella øll uppskot hjá andstøðuni. Men hann skilir ikki, hvussu samgongan kann vera móti at verja almennu starvsfólk, sum boða frá óreglusemi. Hinvegin staðfesti Jákup Mikkelsen, at samgongan hevur avrátt, at mál skulu ikki fremjast, sum samgongan ikki er samd um.

Men tá ið avtornaði, og løgtingið skuldi atkvøða, var Jenis av Rana kortini trúgvur ímóti samgonguni, og atkvøddi ímóti málinum sum hann annars sigur, at hann tekur undir við. In.fo Danjal av Rana 31.03.2015 (10:36) Vindurin fer at minka Hóast nógvan vind í morgun og allarhelst eisini í morgin, so verður mest sum vindstilli tá páskirnar byrja skírisdag. Danska veðurstovan boðar frá nógvum vindi í dag og í morgin, men so fer hann at maka vindin. Frá skírisdegi væntar danska veðurstovan minni vind og turrveður. Eitt lágtrýst, 975 hpa, eystan og og í ein landnyrðing úr Føroyum, fer í ein eystan og viknar. Aftan á lágtrýstið streymar køld luft við ælaveðri yvir Føroyar úr einum útnyrðingi. Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útnyrðingi, sum veksur til strúk í vindi upp í skrið við hørðum hvirlum. Seinnapartin minkar hann vindin. Skýggjað, men okkurt vátaslættings- ella kavaælið, og hitin millum frostmarkið og trý hitastig. Í kvøld og í nátt andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi, seinni stívt andøvsgul upp í hvassan vind. Samdrigið og kavaælingur. Hitin millum trý kuldastig og tvey hitastig. Mikudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi. Seinni veksur hann vindin upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, í støðum hvassur vindur frá útnyrðingi og norði. Um kvøldið og náttina makar hann vindin og tað verður gul til stívt andøvsgul. Skýggjað og kavaælingur. Hitin millum eitt og fýra hitastig, um náttina niður í trý kuldastig. Skírisdag verður eitt lot til andøvsgul av norði, sum um náttina snarar í ein útnyrðing og veksur til gul til stívt andøvsgul. Yvirhøvur turt og sólarglottar. Hitin millum eitt og fýra hitastig, um náttina niður í tvey kuldastig. Langa fríggjadag verður eitt lot til andøvsgul av útnyrðingi, sum um náttina verður til eitt lítið lot av ymsum ættum. Skýggjað, men yvirhøvur turt og hitin millum eitt og trý stig. Leygardagin verður eitt lítið lot av ymsum ættum, seinni eitt lot til andøvsgul út útsynningi. Skýggjað og turt. Hitin millum fýra og sjey stig. In.fo Danjal av Rana 31.03.2015 (12:16) Pílarnir peika uppeftir 2014 royndist væl hjá Suðuroyar Sparikassa, eins og hjá hinum føroysku fíggjarstovnunum. Ársúrslitið hjá Suðuroyar Sparikassa gjørdist tað besta síðani 2007, og góða úrslitið hevur gjørt tað gjørligt hjá sparikassanum at rinda hybridlánið aftur til ríkisstjørnina, tillagað útreiðslurnar, minkað miðal fundingskostnaðin og aftur fáa tiltakspening. Kappingin um føroysku bankakundarnar er hørð, og Suðuroyar Sparikassi fegnast tí um ein vøkstur í útlánunum á fýra prosent, úr 495 milliónum krónum til 514 milliónir krónur. Innlánini eru eisini voksin við fýra prosentum. Ársúrlit sparikassans er 1,86 milliónir krónur, í mun til 1,57 milliónur krónur í 2013. - Undirskotið ígjøgnum fíggjarkreppuna er við hesum javna við einum samlaðum yvirskoti upp á 1,7 milliónir krónur, skrivar sparikassin í ársfrágreiðing síni. Suðuroyar Sparikassi ásannar, at kappingin um kundarnar er hørð og harða rentustríðið sæst aftur á roknskapinum. Nettorenturnar hjá Suðuroyar Sparikassa er tí falnar við 7 prosentum frá 2013 til 2014.

Suðuroyar Sparikassi sigur, at góða úrslitið er fyrst og fremst komið av góðum íløgum í virðisbrøv, umframt sparingum. Vinningurin av virðisbrøvum er voksin við yvir einari millión síðani 2013, meðan útreiðslurnar annars eru lækkaðar við 428.000 krónum. Suðuroyar Sparikassi leggur eisini dent á, at bankin væl og virðiliga lýkur krøvini fyri solvens og tøkan pening. Solvensurin er 14,6 prosent, sum er 6,6 prosent omanfyri kravið á 8 prosent. Tøki peningurin var 187 prosent sammet við lógarkrøvini. In.fo Andlát Ida Kristiansdóttir, fødd Mikkelsen, ættað úr Tórshavn, búsitandi í Reykjavík, andaðist Pálmasunnudag 29. mars, 92 ára gomul.