BØNARLØTAN. 1. Fríggjadagur 4. Mós

Relaterede dokumenter
1. Fríggjadagur Lukas

1. Mánadagur Josva

1. Fríggjadagur 2. Mós

BØNARLØTAN. 1. Leygardagur Opinb

Námsferð 25. mai 5. juni 2017

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál. Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess

Børn og doyving Kunning til foreldur

- Webundersøgelse, Fólkaskúlaráðið, oktober Fólkaskúlaráðið. Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på

forbindelse med både ansættelse, ændring i ansættelsesforhold og ved afslutning af ansættelsen.

Blákrossheimið Ársfrágreiðing 2017

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál

Minni um teir, sum sigldu og teir, sum doyðu undir krígnum Ferðin hjá "Johannu" eitt rimmar tiltak.

SAMNORDISK PENSIONÄRSKULTUR Tórshavn, Føroyar 3-10 august 2014

Sigurd fekk medalju fyri sigling í krígstíð í Íslandi

Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland

Søgan um "Vesturhavið Blíða"

Givið út 30. mai 2017

Under arbejdet med kunngerðini er jeg blevet opmærksom på 3 områder i loven, jeg mener vi lige må tænke over en ekstra gang.

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Mikudagin TANN 15. apríl verður ráðstevna á Hotel Føroyum um multiresistentar bakteriur og antibiotikaresistens

Marius smíðar bát í Íslandi. ALS 10 ár. Stór frásøgn frá hátíðarhaldinum. Bjarni Djurholm má steðgast og fiskimonnum má vera tryggjað rættindi.

Vælkomin til Byggivirkið KBH Sp/f

Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Síða 1 av 7. Inngangur


Aftaná eitt misálit Tað hjálpir einki bert at seta nýggjan landsstýrismann. Tað, sum ræður um, er ein fullkomilig umskipan av fiskimálaráðnum.

Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin. Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014

Mette stange Lena Jacobsen týddi OG FLOKSLEIÐSLA

Út á Fagranes, har 7 fiskimenn mistu lívið í 1927

Føroyskur saltfiskur væl umtóktur

Frágreiðing frá Skipaeftirlitinum um arbeiðsvanlukku umborð á Túgvusteini hin

Leiðarans leiklutur og samskifti í broytingum

Klagan til TV2. Hvat kann gerast. Upplivdi illveðrið í 1932, ið beindi fyri formanni í FF. Livravirkið á Eiði. Frásøgn hjá Andrew Godtfred:

Skiparin sum virkaði sum tannlækni

hægri útbúgvingartilboð í Føroyum er tað møguligt? Hannes Gislason, Prof., PhD., deildarleiðari, Náttúruvísindadeildin

Kirkjuligt Missiónsblað

Enok maðurin, sum gekk við Gudi

Nr. 1 Februar árið

Kirkjuligt Missiónsblað

Hvat hendi við russarunum?

Nr mai árg. Lívsins orð

Grindadráp í Tjukotka í Siberia

Við Sólarris í Grønlandi í Realurin 50 ár. Skiparar í Føroyskir fiskimenn í Hirtshals

Á fiskivinnuframsýning

90 ár síðani skaðagrindina. í Sandvík

Konference om affald på havet

Ríki maður og Lázarus Luk. 16,

Liðugfráboðan til eftirlits av Brunaávaringarskipan

Smiðjan á Skipanesi Brot úr okkara smiðjusøgu. Okkara maður í Nambia. Er prískappingin í vanda? Børn á Sanatoriinum

Kirkjuligt Missiónsblað

Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging

Kirkjuligt Missiónsblað

Tine Færch Jørgensen. Til Trafik- og Byggestyrelsen

ATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN H71 - NEISTIN. Sunnudagin 28. september kl Hoyvíkshøllin

Kirkjuligt Missiónsblað

Kr. 49,95 Í stóran mun eru tað tilflytarar, sum hava ment ferðavinnuna í Nólsoy. Ein avgjørdur høvuðspersónur er Tjóðhild Patursson

Trupulleikar og møguleikar við upsanum. Upsaátakið vísti, at møguleikar eru fyri upsanum, men teir koma neyvan av sær sjálvum.

Gamlar myndir úr Norðuroyggjum

Kirkjuligt Missiónsblað

Men størstur av teimum er kærleikin

Mest støðuga fiskavirkið er í Vági

Hvussu kunnu vit liva sum trúgvandi í dag?

Ferðafra søgn. Í Íslandi og Danmark januar 2015

Tøl um royking í Føroyum

OVERENSKOMST FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ FARMAKONOMFORENINGEN MELLEM

Nýggj stjórnarskipan má fyrst og fremst verja borgaran

Heilsan hjá langfarafiskimonnum

Strongdkanning av limum hjá Starvsmannafelagnum. Gjørd av Fegin Ábyrgdari: Niclas Heri Jákupsson

OVERENSKOMST 2011 til 2015

SÁTTMÁLI MILLUM FARMAKONOMFORENINGEN OG FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ

ICES viðurkennir. Bjargingarroynd í Vágsbotni. Fiskaren vitjar FF. Bernhard 5. partur. Løgtingsins umboðsmaður setir kærarar í gapistokk.

Stamps Føroyar. Nr. 31. Februar 2017

Ársins studentur. Áhugaverd frásøgn frá meslingagrindini, sum var í Gøtu í Vit hava myndir frá grindini, sum ikki fyrr hava verið alment kendar.

2. ÁRSFJÓRÐINGUR 2004 BLAÐ NR. 11 HAVNAR HANDVERKARAFELAG

FF-blaðið í Frankaríki Vit vóru bæði á fiskivinnuvitjan og til fótbólt. Drúgv og øðrvísi frásøgn

Kirkjuligt Missiónsblað

Fiskimaðurin Andrias í Tarti. Vit ynskja honum tillukku og hava 5. part av hansara lívssøgu. M.a. eru vit í barsil hjá Georg L. Samuelsen í 1911.

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Ein fiskivinnubygd í Íslandi

HEILSUMÁLARÁÐIÐ. Til: hoyringspartar

Sagsøgeren har påstået sagsøgte dømt til at betale kr. med procesrente fra den 26. juni 2003, subsidiært procesrente fra den 22. april 2008.

ES-fyriskipanin um persónsdátuvernd

Tíðindi úr Føroyum tann 10. okt Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Årsberetning SSP kontoret

Til minnis um Elsa Jacobsen, kristniboðara

Svenskur elitusvimjivenjari

TÁ IÐ TIT... Kirkjuligt Missiónsblað. Nr juni árið

Laksur frá veiðu í Alaska til sølu av føroyingi í USA

Fólkaheilsukanning Hvussu hevur tú tað 2015

Tíðindi úr Føroyum tann 27. Septembur Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr

Tá møguleiki gerst veruleiki

Veiðihagtøl fyri lunda Bergur Olsen og Jens-Kjeld Jensen

Skipari kláraði tað, sum læknar ikki kundu! Læknarnar vildi taka beinið av Palla, men hann noktaði.

Kirkjuligt Missiónsblað

Transkript:

BØNARLØTAN Februar 2013 28. árg. 1. Fríggjadagur 4. Mós. 8.1-26 Loftmynd Framsíðumynd nýbygging! ZAREPTA Farið er undir útgrevstur til nýtt gentuhús, spæli- og ítrótt arhøll, svimjihøll og park er ingsøki. Harumframt eru brúsu- og skift ingar rúm, turki rúm, klædnarúm til vása klæð ir, ítrivsrúm, bóka savn og teldurúm. Á ovastu hædd er gentugongin við tólv køm urum við wc og brúsu. Nýggja svimjihøllin hevur tveir hyljar, ein lítlan til smábørn og ein stóran við spæliøki og skreiði breyt. Umleið 100 nýggj parkeringspláss verða gjørd um framt pláss til tríggjar bussar.

Møguleiki er at stuðla nýbyggingini á Zarepta við ein gangs- ella fast ari flyting á hes um kont um: Eik Banki 9181-4762144 Bank Nordik 6460-1566662 Norð. Sparikassi 9865-1001803 Suður. Sparikassi 9870-9913980 ella við at venda sær til Birgir Andreas sen, tel. 554680, ella Pola Vang, tel. 214992. Vegleið ing og upp lýs ing undir nýbygging á www.zarepta.fo. KRINGVARPIÐ: 3. febr. Útvarpsmøti, Siloa, Fuglafjørður 24. febr. Sjónvarpsmøti, Kaldbak RÁS 2: Sunnukvøld..........kl. 21.00..........Kelduvaðið endursent hóskvøld kl. 21.00 Týskvøld............kl. 21.00..........Á torginum endursent sunnudag kl. 12.30 2. Leygardagur Jóh. 8.1-30 DANMARK, Kongens Lyngby Jan og Anne Zachariassen Eg havi skipað fyri pastor- og leiðara stevnu við 47 luttakarum úr 15 lond um við evni úr 1. Kor. 15:58: Verið tí fastir! 3. feb. gev ur Det Danske Bibelselskab út Lukasarevangeliið á teknmáli; Margretha drotning verður við á hátíðarhaldinum í Døves Kirke. Biðið, at deyv taka ímóti Orðinum. Av og á vitja vit Høj næs kirkjuna, har føroyingurin Durid Jóhansdóttir tulkar fyri okkum deyvu.

3. Sunnudagur 4. Mós. 9,1-23 SKOTLAND, Motherwell GLO, Tilsley College Dorit og Simon Marshall Vikan við 1. og 2. árs næmingum gekk væl. Simon skal nú út at vitja 2. árs næmingarnar, tvs. eisini teir, sum eru í Prag. 1. árs næmingarnir skulu nú eisini tæna í tveimum liðum í tveimum samkomum í Wales. Seinni í febr. verður ein vika hildin fyri tey, sum umhugsa at fara í trúboðara tænastu uttanlands. 4. Mánadagur Jóh. 8.31-59 ONGLAND, NTM North Cotes Erla og Ingvard Petersen Símeon 17, Súsanna 15, Natan 10 Ingvard er í Føroyum 5.-17. feb. Hann luttekur á møtum í Ebenezer. 15.-17. febr. er hann á Zarepta á legu hjá Nebo á Toftum. 5. Týsdagur 4. Mós. 10.1-17 USA, New Tribes Mission, Alabama Judy og Óli á Grømma Jacobsen Frá 6. febr. eru vit í USA. 17. febr. skal eg tala í samkomu í statinum Georgia og haðani til Florida at vera til 25. febr. Har vitja vit samkomur og hava fundir við NTM leiðarar. Vit vitja eisini vinir, vit hava kent í mong ár og arbeitt saman við.

6. Mikudagur Mark. 1.1-20 TURKALAND, Istanbul Annika og Stephen Everett Hannah 16 Minnist teir turkar, sum hoyrdu boðskap in á jóum. Eitt toymi hevði í jan. til tak, sum fekk dramatiskar fylgjur. Ein væl skipað drápsroynd ímóti einum pastori varð steðgað; kortini var stórur áhugi at hoyra evangeliið. Eini 50 nýggj fólk komu hvønn dag í lítlari samkomu við eini 15-20 fólkum. Sanniliga er hetta andaligur bar dagi. Hetta sama toymið hevur fleiri tiltøk í feb. 7. Hósdagur Sálmur 34 FILIPSOYGGJAR, Mindanao Anja Nielsen Eg takki Harranum fyri, at Hann altíð er hjá mær, tá eg av og á kenni meg einsamalla. Eg gleðist eisini um, at mamma og pápi koma ein túr at vitja meg hendan mánaðin. PAPUA NÝGUINEA, Sorimi Carol og Poul Joensen Jonathan Daniel 12, Ísak 10 DANMARK, Keypmannahavn, Kristnastova Dora og Niels Pauli Nónstein Sigrid 5, Andreas 3, Kristina 1 Í dag fyllir Eli Joensen 8 ár.

8. Fríggjadagur 4. Mós. 10.18-36 GRØNLAND, Qaqortoq Mari og Janus í Løðuni, Jógvan Karstin 4, Silja 2, Ísak 1 Mari er á ráðgevaraskeiði í Nuuk í febr.; øll familjan er við. Mari tekur frí frá læraraarbeiðnum, meðan tey eru í Nuuk. Biðið tí fyri fíggjarstøðu teirra í feb.-mars. Minnist børnini, ið hava gingið til barnamøtini. Ætlanin er at hava barnalegur á fyrsta sinni í nýggju leguhúsunum í Nimerialik í Suðurgrønlandi í summar. Cecilia og Jonhard Poulsen (fj.a.) NIGERIA, Ankpa, Shino og Hallur Mortensen, Kano 3, Nana 1 9. Leygardagur Mark. 1.21-45 DANMARK, Keypmannahavn Susan og Øssur Berghamar Ríkissjúkrahúsið tekur framvegis móti flestu føroyingum, sum koma niður í sjúkraørindum; men kortini fara fólk eisini á onnur sjúkrahús. Tí tørvar okkum meir enn nakrantíð at fáa boð frá fólki heima, so tænastan kann fevna um so mong sum gjørligt. berghamar@ kristnastova.dk DANMARK, Esbjerg (f) Sara og Andrew Berghamar Hannah 13, Eva 12, Miriam Joy 9, Noah 6

10. Sunnudagur 4. Mós. 11.1-20 FØROYAR Vanja og Svein Petersen Jenny 5, Svend 4, Terji 0 Ætlanin er at fara til Danmarkar við evangeliinum í vár við sangbólkinum Keldan. Harumframt verður farið til Bergens í summar. Arbeiði okkara er at røkja heimasamkomuna og at vitja aðrar samkomur, sjúkrahús, ellisheim og sambýli. Um ársskiftið vitjaðu vit nøkur skip við boðskapinum. Else og Poul Johan Djurhuus Anna Maria og Rógvi Joensen, Karl 15 Anna og Símun Pætur á Torkilsheyggi 11. Mánadagur Mark. 2.1-28 FØROYAR Annika og Poul Færø Minnist Poul Færø og familju hansara, nú hann á Ríkissjúkrahús inum hevur fingið skurðviðgerð í beininum fyri at bøta um blóðrenslið. Elin og Jógvan Jacobsen, Rutt 12, Agnas 10, Boas 5 Unn og Jógvan Zachariassen Maria og Jens Bech, Ester 13, Jan 10 DANMARK, Ruth og Valdemar Lützen, Anton 12, Markus 8 ár DANMARK, Glostrup Frikirke

12. Týsdagur 4. Mós. 11.21-35 PAPUA NÝGUINEA, Madang Philip Hansen NTM-støðin í Madang, her eg búgvi, skal frá í heyst vera vegleiðingarmiðstøð hjá flestu nýggju trúboðarum á Papua Nýguinea. Teir búgva her fyrstu tríggjar mánaðirnar fyri at læra seg tjóðarmálið og mentanina. Hetta krevur nógva fyrireiking, nýbygging, umbygging og vegleiðingarskeið. ONGLAND, Birmingham, OM Claire og Craig Niclasen Elizabeth 6, Rebekah 4, Lydia 2 ONGLAND, NTM North Cotes Liz og Ragnar Niclasen Í dag fyllir Daniel Hansen 16 ár. 13. Mikudagur Mark. 3.1-19 GRØNLAND, Juvel II, Anna og Óli Steinberg Nýggjur skrúvuaksil er umbiðin til Juvel II, og arbeiðið verður gjørt nú. Helena Jensen hevur latið upp eina lítla bókacafé í Nuuk. Hon hevur samband við fleiri fólk, sum vit hava møtt á missiónsferðunum í Norðurgrønlandi. Helena hevur saman við øðrum verið tulkur øll fimm árini, síðani Juvel II byrjaði í Grønlandi. GRØNLAND, Qaqortoq, Marjun og Páll Poulsen Biðið, at Harrin verjir leguhúsið og Juvel, so legur kunnu hald ast í Nimerialik í Suðurgrønlandi í summar.

14. Hósdagur Sálmur 35 FØROYAR Shamila og Høgni Johannesen Joy 10, Adonia 5 Vit eru flutt inn í nýggj hús í Hoyvík. Í OM eru vit í holt við at gera eina 10-ára ætlan fyri at fremja aktiva trúarverju í Evropa. Skurðviðgerðin hjá Adoniu er útsett, til hon er 12 ára gomul; tí mugu vit umhugsa allar okkara avgerðir ómetaliga væl. GRØNLAND, Nuuk, Jonna og Hans Sivertsen GRØNLAND, Kuummiut Miriam og Niels Vang Jóhan 17, Lydia 14, Kezia 12 Í dag fyllir Aron Joensen 1 ár. 15. Fríggjadagur 4. Mós. 12.1-16 DANMARK, Hirtshals, Malta Anna og Hans Djurhuus Ingrid Tove 16, Petur Gullak 14 Nógv fólk komu til tiltøkini á jólum og nýggjárinum. Eini 180 fólk komu á nýggjársveitsluna, og nýggjársaftan komu eini 70-80 fólk saman til bøn, bæði børn, ung og vaksin. Fýrverk varð skotið á parkeringsøkinum um midnáttina, og aftaná varð boðið inn til ræsta súpan. Vit ynskja framvegis at verða amboð í hondum Harrans.

16. Leygardagur Mark. 3.20-35 FØROYAR, Birgit og Svenning av Lofti Ferðin til Ísrael við mær og Birgit sum ferðaleiðarum verður frá 18. mars til 1. apríl. Fyri fyrstu ferð skulu vit við einum føroyskum ferðalagi eisini inn í Jordan. 24.-26. febr. skal eg saman við øðrum hava fundarrøð í Salem á Tvøroyri. Biðið eisini fyri ætlaðu evangeliseringsferðini til Hebridurnar í mai. Lis og Zacharias Zachariassen Rutt og John í Skemmuni 17. Sunnudagur 4. Mós. 13.1-33 RUSSLAND, Moskva Guðrun og Ivor Tutty Daniel 16, Sonja 14, Timothy 14, Karina 11 Ein ung kvinna úr USA fyrireikar seg nú at koma at arbeiða saman við okkum. Tørvurin er stórur, og vón okkara er, at fleiri familjur eru kallinum lýðin at koma at virka saman við okkum. Veturin í Russlandi kann vera harður. Biðið um varðveitslu. KANADA, Good Seed International Judith og Allan Ellingsgaard Benjamin 8, James 6, Micha David 2

18. Mánadagur Mark. 4.1-20 SVEIS, Nyon, Westlake Church, Jeanette og Solomon Magura Vit skipa nú fyri ráðstevnu fyri umleið 20 ungdómspastorum frá altjóða sam komum kring Evropa. Biðið fyri Solomon og hinum talar unum, nú teir fyrireika seg at undirvísa og stuðla pastorunum. Biðið eisini, at samfelagið á stevnuni verður gott og upp byggjandi. ITALIA, Sant Elia Heidi og Regin Guttesen, Noah 10 Í dag fyllir Natan Petersen 10 ár. 19. Týsdagur 4. Mós. 14.1-19 USA, North Carolina, Charlotte, Calvary Church Gudny og John Munro John ferð til Etiopia 20. febr. í tænastu nakrar dagar. Hann skal tala, vegleiða og hjálpa trúgvandi har. Biðið, at hann verður væl móttikin og til signing. ÍSLAND, Reykjavík, Akurinn Rósa og Jógvan Purkhús Akureyri, Sjónarhæð, Ástjørn

20. Mikudagur Mark. 4.21-41 New Tribes Mission, Nebraska, USA Rachel og Peter Hansen Daniel 16, Allan Steffan 13, Caleb 10 Í febr. fyrireiki eg meg, so eg kann fara til Papua Nýguinea í mars. Eg skal leggja síðstu hond á undirvísingartilfar til samkom una í mangseng ættarbólkinum. Biðið, at eg skal duga at gera allar rættingar og fáa tilfarið prentað, áðrenn eg fari av stað. Haldið á at biðja fyri heilsuni hjá Davidi, og at bæði David og Karl finna arbeiði. PAPUA NÝGUINEA, Wina og Benjamin Hansen, Noah Elias 1 21. Hósdagur Sálmur 36 SERBIA, Kursara Jórun og Kalli Jacobsen Biðið, at nýggi køkurin, ið vit hava gjørt í samkomuni í Kuzura, skal verða til hjálp fyri tey fátæku, so tey kunnu fáa heitar máltíðir. Biðið eisini fyri fyristøðumanninum Aleksander. FRAKLAND, Nantes, OM Cecile og Jóhannis Mortensen Sarah 2

22. Fríggjadagur 4. Mós. 14.20-45 MEKSIKO, Mixtec, Oaxaca Inga McKendry Eg ætli at lata PhD-ritgerðina inn síðst í mars. Sue skipar fyri málfrøði- og lesiskeiðum. Eg havi verið avmarkað til ráðlegging, nú ritgerðin hevur havt fremstu raðfesting. Minnist Mixtec-toymið, nú tey halda fram við endurskoðanini av 1. Mósebók. Í dag fyllir Benjamin Ellingsgaard 9 ár. 23. Leygardagur Mark. 5.1-20 OM Anita og Oddmar Tausen Dania 14 Eftir vitjanina hjá Troy Pitney eru fleiri, sum vísa áhuga at fara við Transform í summar. Stórur áhugi er eisini at fara á TiM (Tannáringar í Missión), sum verður í Fraklandi og Moldova eftir TeenStreet. Biðið fyri øllum teimum ungu, sum vísa so stórt hjartalag at bera øðrum gleðiboðskapin. TEILAND, Chiang Mai Corine og Sørin Joensen Eli 8, Aron 1 KAMBODJA, Siem Reap Durita og Pauli Djurholm Jóhan 16. Gunnvá 14

24. Sunnudagur 4. Mós. 15.1-21 OM, Logos Hope Logos Hope hevur vitjað Hong Kong í des. og jan. Vitjanin eydn aðist væl. Nógv vitjandi hava verið umborð, og mann ing in hevur luttikið í fleiri til tøkum á landi. Nógv er at gera í maskinrúminum, og arbeitt verður hart við at fáa ymiskt liðugt, so skipið kann sigla. Nú eru fýra føroyskir maskinmeistarar umborð. Umborð eru Hjalmar Andreasen, Dánjal Petur Abrahamsen, Margret og Jóhan Dávid Joensen og Beinta og Grímur Vang við børn unum Duritu og Jákupi. ZAMBIA, Ndola Nanna og David Lukama Josiah 8, Micah 6, Ezra 4, Uhenya 1 25. Mánadagur Mark. 5.21-43 SENEGAL, Tongia Lív Poulsen Eg rættlesi nú endaliga Markusarevangeli ið og lesi ígjøgnum Ápostlasøguna saman við ymisk um bygdarfólkum fyri at vita, um týðing in er skillig. Biðið, at Harrin gevur okkum styrki og vísdóm. Haldið á at biðja, at fólkið í Tongia skilir gleðiboðskapin og vendir sær frá myrkri til ljós. Í dag fyllir Micha David Ellingsgaard 3 ár.

26. Týsdagur 4. Mós. 15.22-41 GUINEA VESTURAFRIKA, Tarencha, Nalu Marion og Hans Arni Jensen Hannah 17, Andrew 16, Jens Allan 11, Ryan 3 Nú eru fleiri mánaðir, síðani vit fóru at undirvísa í bíbilsku søgugongdini. Ein av avbjóðingunum hevur verið ófriður í fólkinum. Tó eru nøkur, sum við áhuga lurta eftir Orði Guds og koma aftur kvøld eftir kvøld. Tað er hugaligt at vita, at nøkur eru farin at skilja boðkapin. Samstundis er hugtungt at síggja onnur einans hugsa um hetta lívið. Skjótt koma vit fram til offur Jesusar á Golgata. Okkum tørvar trúføstu forbønir tykkara. ONGLAND, Cornwall Anna og David Rodda Charlton Eivind 17 Í dag fyllir Elizabeth Niclasen 7 ár. Útgevari: KBS (Kristniboðssambandið) Blaðnevnd: Róland í Skorini, ábyrgd, Selma Godtfred, Heidi Vang, Durita Olsen, Kristianna J. Heinesen, Ása Ósá, Hanna og Sigurð Ó. Vang. Avgreiðsla: Óla Hendrik av Fløtum, tel. 312522. Uppseting: Palli Skorheim, tel. 225558. Myndasavn: pallis76@yahoo.dk

27. Mikudagur Mark. 6.1-29 FILIPSOYGGJAR, Naplud Monika og Tim Sharp Ragnhild 9, Rebekka 7, Hanna 4 Palawano-umsetingin av NT, sum samverkafólk okkara hava gjørt, er farin til prentingar og kemur væntandi út í mai. Arbeiðið hjá okkum at umseta GT til palawano gongur spakuliga framá. Jógvan Júst rættlas fyrstu átta kapitlarnar í nov. Ætlandi kemur hann aftur at rættlesa nakrar kapitlar í mars. Tað eru fá, sum duga hetta. Ofta skal leitast um fleiri landamørk at finna ein, sum hevur rætta førleikan; tí eru vit heppin at hava Jógvan Júst á somu oyggj. VENESUELA - Nurimar og Jóhannus Frants Poulsen - Dania og Símin í Túni (fj.a), Isabel 15 Í dag fyllir Rebekah Niclasen 5 ár. (v) = í venjing (f) = í farloyvi (fj.a) = fjararbeiðandi Prent: Føroyaprent, tel. 314555. Teldupostur: prayer@markirnar.fo Heimasíða: www.kbs.fo KBS. Loyvt er at endurgeva tilfarið, um keldan verður nevnd.

28. Hósdagur Sálmur 37.1-20 Hugnakvøld, tá nýggja molbog Bíblian varð útgivin. Hvønn kenna tit? Gamal grótamaður J við nýggju Bíbliuni. Ungar balabak-gentur við nýggju Bíbliuni á egnum máli. FILIPSOYGGJAR, Balabak, Bual Cathy og Jógvan J. Rasmussen NT og fleiri partar av GT eru nú útgivin á molbog máli. Arbeiðið hevur vart 15 ár. Biðið, at umsetingin verður væl móttikin millum molbog fólk, sum eru muslimsk.