Eilif Mortansson. 14. januar oktober Ein av okkara virknastu rithøvundum

Relaterede dokumenter
DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál. Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess

Marius smíðar bát í Íslandi. ALS 10 ár. Stór frásøgn frá hátíðarhaldinum. Bjarni Djurholm má steðgast og fiskimonnum má vera tryggjað rættindi.


Søgan um "Vesturhavið Blíða"

Út á Fagranes, har 7 fiskimenn mistu lívið í 1927

forbindelse med både ansættelse, ændring i ansættelsesforhold og ved afslutning af ansættelsen.

Kirkjuligt Missiónsblað

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál

Fólkaheilsukanning Hvussu hevur tú tað 2015

Sigurd fekk medalju fyri sigling í krígstíð í Íslandi

Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar

Sagsøgeren har påstået sagsøgte dømt til at betale kr. med procesrente fra den 26. juni 2003, subsidiært procesrente fra den 22. april 2008.

Minni um teir, sum sigldu og teir, sum doyðu undir krígnum Ferðin hjá "Johannu" eitt rimmar tiltak.

Klagan til TV2. Hvat kann gerast. Upplivdi illveðrið í 1932, ið beindi fyri formanni í FF. Livravirkið á Eiði. Frásøgn hjá Andrew Godtfred:

Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding av elinnleggjarum

Givið út 30. mai 2017

Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland

HAVNAR KLUBBI oktober Endurgerð av minnisriti Havnar Klubba, tá hann fylti 160 ár.

Kirkjuligt Missiónsblað

Aftaná eitt misálit Tað hjálpir einki bert at seta nýggjan landsstýrismann. Tað, sum ræður um, er ein fullkomilig umskipan av fiskimálaráðnum.

Børn og doyving Kunning til foreldur

Um sjónleikir og sjónleikarar á Strondum og eina forkunnuga vitjan í Heygsstøð í 1959

Tine Færch Jørgensen. Til Trafik- og Byggestyrelsen

Ein livandi Kristus til ein doyggjandi heim

Kirkjuligt Missiónsblað

Magni Laksáfoss. Magni Laksáfoss, Fróðskaparsetur Føroya

Heilsan hjá langfarafiskimonnum

Kirkjuligt Missiónsblað

Enok maðurin, sum gekk við Gudi

Løgmaður um fiskivinnuna

Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging

Fiskimaðurin Andrias í Tarti. Vit ynskja honum tillukku og hava 5. part av hansara lívssøgu. M.a. eru vit í barsil hjá Georg L. Samuelsen í 1911.

SAMNORDISK PENSIONÄRSKULTUR Tórshavn, Føroyar 3-10 august 2014

Lívsins salt. Vit hava verið í Ibiza og hugt eftir saltframleiðslu. Neptun og Nólsoy

Skiparin sum virkaði sum tannlækni

Svenskur elitusvimjivenjari

Sólskinssøga á heilsuøkinum

Ársins studentur. Áhugaverd frásøgn frá meslingagrindini, sum var í Gøtu í Vit hava myndir frá grindini, sum ikki fyrr hava verið alment kendar.

Úr: Føroyar The New Millennium Series 2000: Føroyskar bókmentir

Strongdkanning av limum hjá Starvsmannafelagnum. Gjørd av Fegin Ábyrgdari: Niclas Heri Jákupsson

Kirkjuligt Missiónsblað

- Webundersøgelse, Fólkaskúlaráðið, oktober Fólkaskúlaráðið. Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på

Føroyskur saltfiskur væl umtóktur

Veiðihagtøl fyri lunda Bergur Olsen og Jens-Kjeld Jensen

Skipari kláraði tað, sum læknar ikki kundu! Læknarnar vildi taka beinið av Palla, men hann noktaði.

Dreymurin um at sleppa við júst

Smiðjan á Skipanesi Brot úr okkara smiðjusøgu. Okkara maður í Nambia. Er prískappingin í vanda? Børn á Sanatoriinum

Við Sólarris í Grønlandi í Realurin 50 ár. Skiparar í Føroyskir fiskimenn í Hirtshals

Fiskimaðurin sum gjørdist dýnukongur

Tøl um royking í Føroyum

HEVUR JESUS NAKRAN TÝDNING

"Okkara maður" í Sandoynni fyllir runt. Sigmund verður 75. Vit dokumentera, at sjónvarpstíðindini vóru fupp. Úr Syðrugøtu til Aberdeen

Men størstur av teimum er kærleikin

11. december (Indsendelsesbekendtgørelsen) Kapitel 1 Anvendelsesområde

90 ár síðani skaðagrindina. í Sandvík

hægri útbúgvingartilboð í Føroyum er tað møguligt? Hannes Gislason, Prof., PhD., deildarleiðari, Náttúruvísindadeildin

Mikudagin TANN 15. apríl verður ráðstevna á Hotel Føroyum um multiresistentar bakteriur og antibiotikaresistens

Mest støðuga fiskavirkið er í Vági

Blákrossheimið Ársfrágreiðing 2017

Skaldskapur av manna munni

Kirkjuligt Missiónsblað

SVEINASTYKKIÐ HJÁ NIELS CHRISTOFFER DEBES

Kanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum

Kirkjuligt Missiónsblað

ATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN H71 - NEISTIN. Sunnudagin 28. september kl Hoyvíkshøllin

Kirkjuligt Missiónsblað

Søgan hjá einum krígssiglara. 75 ár liðin síðan sorgarleikin við "Riddaranum" Síða 2. Síða 13. Síða 22

Trupulleikar og møguleikar við upsanum. Upsaátakið vísti, at møguleikar eru fyri upsanum, men teir koma neyvan av sær sjálvum.

Nr. 321 Hósdagur 8. juli ,- Síða 17 Baksíðan Síða 9 Síða 3 Síða 14

Hvat hendi við russarunum?

Kvinnan við Sikarsbrunn Partur II Joh. 4, 1-43

Kirkjuligt Missiónsblað

Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin. Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014

Vitjan hjá sjómanninum ið gjørdist borgmeistari. Hóttanin úr Kina: Tímaløn kr. 3 Íslendsk frásøgn frá fiskavirkjum í Kina. Síða 3

FF-blaðið í Frankaríki Vit vóru bæði á fiskivinnuvitjan og til fótbólt. Drúgv og øðrvísi frásøgn

ICES viðurkennir. Bjargingarroynd í Vágsbotni. Fiskaren vitjar FF. Bernhard 5. partur. Løgtingsins umboðsmaður setir kærarar í gapistokk.

Konference om affald på havet

Vit hava drúgva frásøgn frá landsfundinum hjá FF. Í komandi blað hava vit meira tilfar, so sum hagtøl hjá FF. Landsfundur FF s

Verkið liðugt hjá Líggjasi

Kirkjuligt Missiónsblað

Leiðarans leiklutur og samskifti í broytingum

Nýggj skip. 70 ár síðan Nólsoy gekk burtur Søgan um ringin sum kom aftur. Svenskari vitjað í Føroyum í 56 ár

Heilsulýsing Landslæknans

Gazet í Kirkjubø staðfesti gullaks fyri 100 árum síðani

Føddur undir Hitler, vaksin upp undir Stalin

Framleiðsla av salti

4. ÁRSFJÓRÐINGUR 2008 BLAÐ NR. 28 HAVNAR HANDVERKARAFELAG

Kirkjuligt Missiónsblað

Hugburður til føroysk yrkisorð

Nýggj stjórnarskipan má fyrst og fremst verja borgaran

Kr. 49,95 Í stóran mun eru tað tilflytarar, sum hava ment ferðavinnuna í Nólsoy. Ein avgjørdur høvuðspersónur er Tjóðhild Patursson

Fiskivinnufróðskaparsetur

Liðugfráboðan til eftirlits av Brunaávaringarskipan

Aðalfundur í Realinum

Kreppa í norska fiskiídnaðinum. Gretha á Malta verður 70 ár. Føroyskar skipasmiðjur eru kappingarførar. Íslendskt reiðarí:

Tíðindi úr Føroyum tann 10. okt Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Kirkjuligt Missiónsblað

Ríki maður og Lázarus Luk. 16,

Ein fiskivinnubygd í Íslandi

Heilsu- og innlendismálaráðið

Transkript:

Eilif Mortansson 14. januar 1916 28. oktober 1989 Ein av okkara virknastu rithøvundum

Eilif Mortansson er ikki millum mest navnframu føroysku rithøvundar, hóast hann er ein tann virknasti høvundurin, vit eiga. Men hann skrivaði á donskum, og hann skrivaði eisini undirhaldsbókmentir, eitt nú gentu- og dreingjabøkur, sum ikki hava staðið so høgt í metum hjá teimum, sum vilja hava bókmentir altíð at vera list. Eilif Mortansson er føddur á Tvøroyri 14. januar 1916. Hann var sonur Johan Mortensen, lærara úr Øravík, og Kathrinu Mariu f. Nolsøe, á Tvøroyri. Tvøroyri var um hetta mundið ein framkomin fiskivinnubygd, og har var fiskaarbeiði til nógvar hendur. Í minningarorðum í Oyggjaskeggja (nr. 6, november 1989), eftir at Eilif andaðist 28. oktober hetta árið, skrivar Samuelina Hansen, at Eilif sum smádrongur spældi á fjalli og í fjøru sum aðrir dreingir, men hann las eisini nógvar bøkur, ja, alt hann kundi fáa hendur á. Sjey ára gamal fekk hann eina sjúku í mjødnina, og hann lá leingi á sjúkrahúsi í Danmark. Heimafturkomin helt hann seg nógv innandura. Tá kundi hann sita í tímavís uppi á loftinum og lesa. Hann las Salomonsens konversationsleksikon tvær ferðir og Familie Journal, og sum 11 ára gamal hevði hann lisið Saxo Gramaticus Danmarks Riges Krønike bæði eina og tvær ferðir. Eilif tók preliminerprógv í heimbygdini, men fór til Danmarkar á Rungsted Gymnasium og tók studentsprógv har í 1933. Hann las løgfrøði eitt stutt skifti, men fór so at lesa skógarfrøði og tók prógv sum skógarvørður í 1940. Eitt fak, sum neyvan átti at verið tað fyrsta hjá føroyingi at valt, tí trøini eru sum kunnugt fá her á landi. Eilif arbeiddi nøkur ár sum skógarvørður, men heilsan var ikki til slíkt arbeiði, og hann fekk síðan starv á Kongliga Bókasavninum í Keypmannahavn. Men hann hevði eisini hug at skriva, og longu tá hann gekk í barnaskúla varnaðust lærarar, at hann hevði gávur at gerast rithøvundur. Fyrsta barnabókin hjá honum Krybskyttens dreng kom í 1942, og so komu bøkurnar hvør eftir aðra í hvussu er einar 70 í tali. Hann skrivaði framhald av hesi fyrstu bókini Mysteriet paa Haldnæs (1942) og Skovbranden (1944), sum allar fara fram í umhvørvi, har skógur er. Dreingjabókin En vild krabat (1942) við undirheitinum Fortælling fra Færøerne er um ein rokaligan keypmansson í Føroyum í tíðini, tá ið nógvur fiskur varð turkaður til suðurlendskar marknaðir. Morbróðurin Páll J. Nolsøe og pápi hansara týddu bókina til føroyskt við heitinum Ein ribbaldur, og Hjalmar Jacobsens bókahandil gav út í 1948. Bókin fekk góð ummæli, og í Føroyatíðindi (nr. 46, 4. desember 1948) skrivar A. m.a.: ein røtt dreingjabók, sum einhvør raskur drongur vil finna fragd í at lesa. Í Dagblaðnum (19. november 1948) í ummæli við heitinum Ein føroysk dreingjabók verður í einum broti sagt: Føroyskir dreingir eiga at keypa hesa bók og vita, at eydnast henda royndin væl, fylgja fleiri bøkur á føroyskum eftir.

Í 1943 kom fyrsta Susy-bókin, Susy Rødtop, om den viltre og temperamentsfulde skovriderdatter Susy, hendes trygge og spændende tilværelse i skovriderhjemmet og i skoven alene og med sin veninde Solvejg, sum tað stendur í eini av umrøðunum. Hetta eru sonevndar gentubøkur, gerandisrealisma við spenningi í, og tað koma einar 20 av hesum bókunum í eini røð. Tann seinasta kom í 1964. Hetta vóru nógv lisnar bøkur, og tær eru týddar til nógv ymisk mál. Tá ið endurútgávurnar komu í 1970 árunum, vórðu bøkurnar nakað umskrivaðar, so at tær hóskaðu betur til nýggjar tíðir. Susy-bøkurnar komu út við høvundanavninum Gretha Stevns, sum er navnið hjá konuni. Eilif brúkti eisini hetta høvundaheiti, tá ið hann skrivaði tær sonevndu Pernille-bøkurnar. Tann fyrsta í hesi røðini kom út í 1949 og tann seinasta í 1957. Tær eru eisini seinni útkomnar í nýggjum broyttum útgávum. Eilif skrivaði eisini aðrar barnabøkur. Hann brúkti rithøvundaheitið Peter Pløk, tá ið hann skrivaði tær tríggjar Rasmus-bøkurnar: Rasmus Rævepels (1944), Rasmus på Kostskole (1944) og Rasmus klarer Paragrafferne (1945), sum komu út á forlagnum Barfod. Á sama forlagi kom eisini ein rættilig dreingjabók Raske drenge (1948). Seinasta dreingjabókin av hesum slagnum En gæv gut kom út í 1961 á forlagnum Branner og Korch. Á permuni verður henda bókin lýst soleiðis: I et særpræget, saltvandsfrisk og spændende millieu på Færøerne foregår handlingen i denne bog, hvis hovedperson er Torstein, en kvik dreng, der efter sin fars død sætter sig for at hjælpe sin syge mor og to yngre søstre. Det er strengt nødvendigt at skaffe penge for at klare den gæld, som Torsteins mor har til den gerrige købmand, der har truet med at gøre udlæg i enkens hus. Hetta orðalagið minnir um tað, sum verður brúkt í nútímans kunning til útlendsk ferðafólk, sum koma higar, men eisini eru í lýsingini tilsipingar til sosialt órættvísi og royndirnar at vinna á tí. Eilif skrivaði eisini eina myndabók til smábørnini, Trolde-Wolle (1966), sum Jess Larsen hevði myndprýtt. Eilif Mortansson er eisini skaldsøguhøvundur. Fyrsta skaldsøgan hjá honum, Malan, kom út í 1952. Hetta er søga um lívið í eini lívligari lítlari føroyskari handilsbygd, har slaturin gongur, og har tann vakra Malan fær eina harða lagnu. Kanska ein søga um teir vandar, ið fylgja við skjótt íkomnum nýggjum tíðum. Í Føroyatíðindi (23. desember 1952) fær Malan sera gott ummæli, og ummælini í donskum bløðum eru sum heild hampuliga góð. Thorkild Hansen sigur í ummæli í Information (19. desember 1952), at bókin er ein Talentfuld dansk debutroman, og sigur hana kunna gerast en af begivenhederne i dette aars bogsæson. Hann kallar Eilif Mortansson romantikara, ið ikki er ólíkur tí romantiska Johannes V. Jensen. Eisini Jens Kistrup heldur í ummæli í Berlingske Tidende (6. desember 1952) bókina vera góða, og hann samanber hana við skaldsøgurnar hjá William Heinesen, uttan at hann kortini heldur hana hava somu skaldsligu dygdir. Talan er um eina fólksliga skaldsøgu, sigur hann, sum er undirhaldandi.

Síðan kom skaldsøgan Snebjørn í 1954, Danserinden í 1959 og Han gik sig over sø og land í 1962. Í Føroyatíðindi (12. februar 1955) fær Snebjørn sera gott ummæli. Bókin er væl úr hondum greidd, og hin gamla søgnin um føroyingin Snæbjørn er komin í skaldsøgu, sum stendur mát við tær mætastu. Ummælarin,m í Dagblaðnum (7. november 1959) heldur bókina Danserinden vera góða og meiri væleydnað enn skaldsøgan Snebjørn, har Eilif var ov bundin at søgnini, til at bókin gjørdist hansara egna. Í Danserinden lesa vit søguna um fiskagentuna April, sum er nøgd við at vaska fisk, men rættiliga livir lívið, tá ið hon er í dansi í dansistovuni. April hevur lítið áræði, hon hevur dreymar, men tað tykist, sum ongin stiril er í henni. Hon giftist, men dansurin dregur framvegis. Ummælarin sigur, at lýsingin av hesi fiska- og dansigentu er eydnast frálíka væl, og hann peikar eisini á líkheitir við bøkurnar hjá William Heinesen, men fýlist á stílin, sum ger, at bókin kann minna um,stuttleikalestur. Hans Thomsen hevur týtt hesar bøkurnar, og tær hava verið lisnar upp í útvarpinum. Føroyska týðingin av Snebjørn við føroyska heitinum Snæbjørn er útgivin í 2000. Seinasta skaldsøgan, Den korte sommer. En kærlighedshistorie fra Færøerne, kom í 1983. Tann óvanliga vakra danska apotekaradótturin er komin til Føroyar í summarfrí. Nógvir liggja framvið at fáa hana, men hetta summarið heldur hon saman við Dánjali, sum mamman ikki heldur vera nóg fínan til dóttrina, sum skjótt fer niður aftur at lesa til prest. Í Sosialinum (5. november 1983) ummælir A.M.M. skaldsøguna og sigur, at søgan er hugtakandi og skemtilig, og bókin er ikki løtt at leggja frá sær, hevur ein fyrst tikið hana í hondina. Ummælarin heldur tó, at persónarnir verða lýstir heldur einstáttaðir, og aðrir ummælarar nevna hetta eisini. Ummælarin í Sosialinum heldur eisini, at stættamunurin, sum hevur so avgerandi týdning í sambandinum millum tann fátæka Dánjal og fínu apotekaradóttrina, er órealistiskur, tá ein hugsar um, at skaldsøgan skal eitast at fara fram einaferð í 1960 unum. Eilif skrivaði eisini nógvar náttúrulýsingar og stuttsøgur, og nakað av hesum stóð at lesa í donskum bløðum og er eisini savnað í teimum báðum útgávunum Færøske stemninger (1949) og Sælsomme historier (1968), sum forlagið Branner og Korch gav út. Danska forlagið Branner og Korch er stovnað í 1949 og gav út lættar og væl umtóktar bøkur sum eitt nú tær hjá Morten A. Korch. Eilif Mortansson er ikki minst kendur her í Føroyum fyri tær fimm barnabøkurnar í røðini um Magnus Heinason. Hann byrjaði at skriva hesar bøkurnar í 1940 árunum, og tann fyrsta, Havets helt, kom í 1952. Hann hevði sett seg væl inn í alt tað søguliga í hesum sambandi og lisið keldur á Ríkisskjalasavninum og Kongliga bókasavninum í Keypmannahavn, og hann hevði eisini lisið annað, hann kundi fáa hendur á, um tjóðarhetju okkara. Hann mintist, at hann ein dagin síðst í 1930 árunum kom at fylgjast við Janusi Djurhuus í Keypmannahavn, og tá ið teir komu á Gamla Torg, bað Janus Eilif fara úr húgvuni, tí teir stóðu á halgum staði, tí her var Magnus hálshøgdur. Men teir vistu eisini báðir, at Magnus aftaná fekk heiðursuppreisn.

Bókadeildin hjá Lærarafelagnum gav árini 1992-1995 út eina føroyska týðing av hesum bókunum. Bókaraðið er: Ein sjógarpur (1992), Sjórænaraskip í eygsjón (1993), Sjórænarar á Norðhavinum (1993), Svíkjari innanborða (1994) og Seinasta ferð skiparans (1995). Systir Eilif, Elin Mortensen, hevði umsett. Magnus Heinason er gitin fyri at hava rikið sjórænarar burtur úr føroyskum sjóøki, men hann hevði fíggindar millum teirra, sum sótu við valdinum, og hesir gjørdust honum meinari enn sjórænararnir. Tað gongur viðhvørt harðliga fyri seg í hesum bókunum um Magnus Heinason, og onkur ummælari helt tað vera ov nógv av harðskapi í bókunum. Hugsa vit um í dag, nú børn spæla telduspøl, har ofta nógvur harðskapur kemur fyri, tykist harðskapurin í hesum bókunum ikki so ógvisligur longur. Bøkurnar hava nýliga, í sambandi við at 100 ár eru liðin, síðan Eilif Mortansson varð føddur, verið lisnar upp í barnaútvarpinum. Meiningarnar um dygdirnar í skaldskapinum hjá Eilif Mortansson hava, sum tað sæst, verið ymiskar. Munurin, ið varð gjørdur á teimum góðu og minni góðu bókmentunum, hevði stóran týdning fyrr, men er ikki so nógv frammi longur. Nú lesa fólk tað, sum teimum dámar, og vit fegnast bara um, at tey lesa, tí tað at lesa bøkur er ikki so eyðsýnt longur, nú allir hesir nýggju miðlarnir standa okkum øllum í boði. Eilif Mortansson búði tað mesta av ævi síni í Danmark. Hann vitjaði tó á Tvøroyri um sumrarnar, har hann eisini plagdi at fara at fiska síl. Hann verður sagdur at hava verið ein livandi og skemtingarsamur og gávuríkur maður. Tey senastu árini hann livdi, plagdi hann at hava stuttar yrkingar í Dimmalætting. Hansara bøkur hava verið nógv lisnar, og fleiri av teimum eru týddar til nógv ymisk mál. Nú eru tær týðandi partur av okkara bókmentafrøði og bókmentasøgu. Eilif Mortansson andaðist 28. oktober 1989. Erhard Jacobsen, leiðari

Bókmentir/tilfar Jógvan Arge: Føroyar havi eg her í stovuni. Um rithøvundin Eilif Mortansson. Útvarpssending 25.desember 1989. Thorolf Dam: Trý skrivandi systkin. Í: Viðskerin, nr. 37, 22. februar 1997, s. 14-15. Um Axel, Elin Og Eilif Mortensen. Samulina Hansen: Minningarorð. Eilif Mortansson. Í: Oyggjaskeggi, nr. 6, 6. november 1989. Pól á Kletti: Ein stórvirkin høvundur. Í: Dimmalætting nr. 3, 22. januar 2016, s. 40-43. Mentanarkaféin: Eilif Mortansson 100 ár. Sent 14. januar 2016. http://kvf.fo/netvarp/uv/2016/01/14/eilif-mortansson-100-r#.vqkrjywlrd8 Elin Mortensen: Skaldskapurin hjá Eilifi Mortansson. Í: Varðin, bind 61, 1994, s. 211-215. Torben Weinreich: Historien om børnelitteratur. Dansk børnelitteratur gennem 400 år. København, Branner og Korch, 2006. (Serliga brotið Den kulørte litteratur s. 459-466). Mette Winge: Susy Rødtop. Í: Politiken, 15. september 2001, Bøger s. 16.