Tvær kvinnur leggjast afturat stóra skaranum av einkjum á Strondum

Relaterede dokumenter
Kirkjuligt Missiónsblað

Ein livandi Kristus til ein doyggjandi heim

Søgan um "Vesturhavið Blíða"

Sigurd fekk medalju fyri sigling í krígstíð í Íslandi

forbindelse med både ansættelse, ændring i ansættelsesforhold og ved afslutning af ansættelsen.


Bette og handilin á Høvdanum

Út á Fagranes, har 7 fiskimenn mistu lívið í 1927

Kirkjuligt Missiónsblað

Givið út 30. mai 2017

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál. Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess

Sagsøgeren har påstået sagsøgte dømt til at betale kr. med procesrente fra den 26. juni 2003, subsidiært procesrente fra den 22. april 2008.

Frágreiðing frá Skipaeftirlitinum um arbeiðsvanlukku umborð á Túgvusteini hin

Aftaná eitt misálit Tað hjálpir einki bert at seta nýggjan landsstýrismann. Tað, sum ræður um, er ein fullkomilig umskipan av fiskimálaráðnum.

Marius smíðar bát í Íslandi. ALS 10 ár. Stór frásøgn frá hátíðarhaldinum. Bjarni Djurholm má steðgast og fiskimonnum má vera tryggjað rættindi.

Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin. Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014

Kirkjuligt Missiónsblað

-Tær skal ikki lutast eydnu í verøldini hiðanífrá, Malan! Ein óður maður av Norsku Løvu biður ilt oman yvir Maluna Hanusardóttir í 1708

Børn og doyving Kunning til foreldur

Minni um teir, sum sigldu og teir, sum doyðu undir krígnum Ferðin hjá "Johannu" eitt rimmar tiltak.

Kirkjuligt Missiónsblað

Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging

Andras á Forunum og Ríki-Rasmus við Sjógv

Vegleiðing at dagføra GPS-kort. Tillukku við tínum keypi av GPS-korti. Kortið fevnir um Føroyar.

Ríki maður og Lázarus Luk. 16,

Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar

- Webundersøgelse, Fólkaskúlaráðið, oktober Fólkaskúlaráðið. Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på

Um sjónleikir og sjónleikarar á Strondum og eina forkunnuga vitjan í Heygsstøð í 1959

Lívsins salt. Vit hava verið í Ibiza og hugt eftir saltframleiðslu. Neptun og Nólsoy

Hvussu kunnu vit liva sum trúgvandi í dag?

Kirkjuligt Missiónsblað

Klagan til TV2. Hvat kann gerast. Upplivdi illveðrið í 1932, ið beindi fyri formanni í FF. Livravirkið á Eiði. Frásøgn hjá Andrew Godtfred:

Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding av elinnleggjarum

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland

Svenskur elitusvimjivenjari

Kirkjuligt Missiónsblað

ICES viðurkennir. Bjargingarroynd í Vágsbotni. Fiskaren vitjar FF. Bernhard 5. partur. Løgtingsins umboðsmaður setir kærarar í gapistokk.

Skiparin sum virkaði sum tannlækni

Kirkjuligt Missiónsblað

Brúdleypið hjá kongssoninum. Matt. 22, 1-14.

Mest støðuga fiskavirkið er í Vági

Framleiðsla av salti

Nýggj stjórnarskipan má fyrst og fremst verja borgaran

Andreas Jacobsen, beiggi Onnu, festir garðin á Høgaryggi 14. januar í Hetta er einki valafesti.

"Okkara maður" í Sandoynni fyllir runt. Sigmund verður 75. Vit dokumentera, at sjónvarpstíðindini vóru fupp. Úr Syðrugøtu til Aberdeen

Kirkjuligt Missiónsblað

Løgmaður um fiskivinnuna

Men størstur av teimum er kærleikin

Mikudagin TANN 15. apríl verður ráðstevna á Hotel Føroyum um multiresistentar bakteriur og antibiotikaresistens

Kvinnurnar við grøvina

Enok maðurin, sum gekk við Gudi

Dreymurin um at sleppa við júst

Hvat hendi við russarunum?

Kirkjuligt Missiónsblað

Veiðihagtøl fyri lunda Bergur Olsen og Jens-Kjeld Jensen

Verkið liðugt hjá Líggjasi

Kirkjuligt Missiónsblað

Jesus biður fyri okkum Joh. 17, 20-26

Ársins studentur. Áhugaverd frásøgn frá meslingagrindini, sum var í Gøtu í Vit hava myndir frá grindini, sum ikki fyrr hava verið alment kendar.

Fiskimaðurin sum gjørdist dýnukongur

Kirkjuligt Missiónsblað

90 ár síðani skaðagrindina. í Sandvík

Kirkjuligt Missiónsblað

Námsferð 25. mai 5. juni 2017

Altjóða fiskivinnuserfrøðingurin Ben Yami kemur aftur Vænta at fáa íkast til at meta um okkara fiskivinnuskipanir.

ATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN H71 - NEISTIN. Sunnudagin 28. september kl Hoyvíkshøllin

Føroyskur saltfiskur væl umtóktur

Fiskimaðurin Andrias í Tarti. Vit ynskja honum tillukku og hava 5. part av hansara lívssøgu. M.a. eru vit í barsil hjá Georg L. Samuelsen í 1911.

Blákrossheimið Ársfrágreiðing 2017

Við Sólarris í Grønlandi í Realurin 50 ár. Skiparar í Føroyskir fiskimenn í Hirtshals

Tine Færch Jørgensen. Til Trafik- og Byggestyrelsen

Trupulleikar og møguleikar við upsanum. Upsaátakið vísti, at møguleikar eru fyri upsanum, men teir koma neyvan av sær sjálvum.

Nýggj skip. 70 ár síðan Nólsoy gekk burtur Søgan um ringin sum kom aftur. Svenskari vitjað í Føroyum í 56 ár

Heilsan hjá langfarafiskimonnum

Nr mai árg. Lívsins orð

Kvinnan við Sikarsbrunn Partur II Joh. 4, 1-43

Grindadráp í Tjukotka í Siberia

11. december (Indsendelsesbekendtgørelsen) Kapitel 1 Anvendelsesområde

HEVUR JESUS NAKRAN TÝDNING

Søgan hjá einum krígssiglara. 75 ár liðin síðan sorgarleikin við "Riddaranum" Síða 2. Síða 13. Síða 22

Gamlar myndir úr Norðuroyggjum

Kreppa í norska fiskiídnaðinum. Gretha á Malta verður 70 ár. Føroyskar skipasmiðjur eru kappingarførar. Íslendskt reiðarí:

Smiðjan á Skipanesi Brot úr okkara smiðjusøgu. Okkara maður í Nambia. Er prískappingin í vanda? Børn á Sanatoriinum

Bartal Andersen á Dunganum í Gerðum og havnarmaðurin Magnus hittast

Ein fiskivinnubygd í Íslandi

Nr. 1 Februar árið

Leiðarans leiklutur og samskifti í broytingum

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Liðugfráboðan til eftirlits av Brunaávaringarskipan

Stamps Føroyar. Nr. 31. Februar 2017

Kirkjuligt Missiónsblað

Laksur frá veiðu í Alaska til sølu av føroyingi í USA

Kirkjuligt Missiónsblað

Skipari kláraði tað, sum læknar ikki kundu! Læknarnar vildi taka beinið av Palla, men hann noktaði.

Sólskinssøga á heilsuøkinum

Vit hava drúgva frásøgn frá landsfundinum hjá FF. Í komandi blað hava vit meira tilfar, so sum hagtøl hjá FF. Landsfundur FF s

Fiskivinnufróðskaparsetur

Transkript:

Tvær kvinnur leggjast afturat stóra skaranum av einkjum á Strondum Lagið er gott, brúðarvísan gongur væl. Jógvan, beiggi Frits, skipar. Den samme himmelske herre og Gud bede vi for Eder både: under Eder at leve efter sit bud, nyde sjæls og legems gode og leve sammen i mange år, se børn og børnebørns skar, før I ved døden skilles. Aftaná verður plátuspælarin tikin fram og so verður dansað til tann ljósa morgun. Brúðarparið Andreasen. Við síðuna av Jóhonnu Sofíu situr Gigga og við síðuna av Frits situr mamma Jóhonnu, Louisa Brúðarvísan gongur av tí besta í Turkihúsinum niðri á Høvdanum. Brúdleyp er í dag, 11. juni í 1972, og her eru um 100 brúdleypsgestir. Teir flestu eru av Strondum og úr Funningsfirði. Hølið er stásað upp við m.a. sildagørnum uppi undir loftinum við litaðum perum í. Brúðurin Jóhanna Sofía Joensen úr Funningsfirði hyggur við kærleiksfullum eygum uppá brúðgóm sín, Frits Andreasen. Tey bæði eru gingin saman í hjúnalag og og síggja við frøi fram ímóti at skula liva eitt langt og lukkuligt lív saman. Undir borðhaldinum hevði Poul Johannes, Hannus, sum var giftur við Salomu á Høvdanum, hildið røðu, tí - sum hann tók til - Frits var sum ein sonur hjá teimum báðum.,,välj dina ord, så att ingen du sårar, var boðskapurin í røðuni hjá Hannusi til brúðarparið og brúdleypsgestirnar. Hesir báðir, Hannus og Frits, rógva út saman við Gamla Tummasi. Átta mánaðir seinni situr Jóhanna Sofía og bíðar. Sum kvøldið líður, hin 27. februar í 1973, og náttin stundar til, fyllist sinnið hennara við vónloysi, tár fella henni á kinn og ein nívandi sorg breiðir seg í unga hjarta hennara. Tað er stormur av útsynningi. Móti morgni verður hon at enda noydd til at síggja í eyguni, at hon ongantíð kemur at síggja Frits, mann sín, aftur. Hon situr nú einkja, bert 23 ára gomul. Í 1967 keypa teir báðir synirnir hjá Salomu og Hannusi, John og Tonny, ein bát úr Suðuroy. Hetta er ein stórur bátur, um 36 føtur langur. Hann fær navnið Gamli Tummas eftir Gamli Tummas 1

á Húsagrynnuna. John, næstelsti sonurin hjá Hannusi og Salomu, ger klárt til brúdleyp. Hann og Jóhanna Olsen av Sandi skulu giftast um ein mánað, hin 25. mars. Hendan dagin, hin 27. februar í 1973, arbeiðir John uppá nýbygdu húsini hjá sær. Hann ger klárt til at flyta inn. Poul Johannes Thomsen Poul Johs. Thomsen, Hannus, varð føddur 8. august í 1916, sonur Thomas Thomsen (1887-1966) og Atu, fødd Andreasen (1889-1965). Tummas og Ata giftust 12. januar í 1913 og fingu 7 børn. Hannus var næstelstur. 9. november í 1941 giftist Hannus við Salomu Andreasen á Høvdanum. Tey fingu 6 børn. abbanum í Geilini, Thomasi Thomsen. Árið eftir, í 1968, rør báturin út í Grønlandi. Við Gamla Tummasi til Grønlands fara Hannus, Frits, Salomon og Tonny. Komandi árini rógva Hannus og Frits út við Gamla Tummasi undir Føroyum. Við hvørt er Tonny við. Egnt verður í kjallaranum á Høvdanum. Vanliga hava teir um 130 til 160 stk. av línu, tá teir fara til útróðrar. Teir plaga at fara avstað um 4-5 tíðina um morgunin og eru aftur um 7-8 tíðina á kvøldið. Um morgunin, hin 27. februar í 1973, er ikki ringt veður, men óslætt, siga bátarnir, sum eru úti. Hann er landsynningur í ættini, sum seinni gongur í ein útsynning. Hannus og Frits fara tíðliga avstað henda morgunin við Gamla Tummasi. Teir ætla sær út Saloma situr niðri hjá sær sjálvari við einum útvarpslurti. Har kann hon hoyra menninar á skipum og á útróðrarbátum práta sínámillum. Um 5 tíðina hoyrir hon mann sín, Hannus, tosa við ein mann á einum øðrum báti. -Vit hava fingið um 1700 pund í dag og eru á veg inn, sigur Hannus. Saloma verður glað at hoyra málið á manninum og at teir eru á veg inn. Vindurin er vaksin nógv. Tað er at kallað illveður. John Thomsen situr nú í køkinum í húsunum, sum Hanna og hann hava búð í síðani 1973. Hann greiðir frá, hvat síðani hendi. John hevur ein eyðsýndan humoristiskan sans, hevur lætt við at flenna, men í hesi løtu er hann álvarsamur, nú hann sigur frá hesum feigdardegi í 1973. At minnini níva, sæst væl í eygum hansara. John er djúphugsin maður. Hann kann bøla John Thomsen á ungum árum 2

leingi omaná stórum, filosofiskum spurningum, men eitt endaligt, eintýðugt svar krevur hann ikki. Til tess eru slíkir spurningar ov torgreiddir. Hanna, kona hansara, hevur sett eitt kassettuband á við eini eldri útvarpssending, har tosað verður við Salomu um júst tað sama, sum John nú sigur frá. Vit hoyra ta vælkendu røddina á Salomu greiða frá, at fjáltur var komin á hana, tá ongin bátur var komin aftur kl. 8 tað kvøldið.. Eg ringdi bæði yvir á Lynfrost og yvir á Nyk og spurdi, um Gamli Tummas var komin inn at landað, men har var eingin bátur komin, sigur Saloma í hesi útvarpssamrøðu. Eina løtu seinni kemur hon niðan til John. Saloma er bangin. -Hetta er ikki rætt. Teir eru ikki afturkomnir. Her má okkurt vera hent, sigur hon. John sær, hvussu veðrið er og hvussu nógv vindurin er vaksin. Hann ringir suður til Tórshavn Radio og boðar frá. Hann biður teir skipa fyri eini leiting. Tað verður gjørt beinanvegin.,,tórshavn Radio kallar... Tórshavn Radio kallar... hoyrist í útvarpslurtum kring alt landið og umborð á øllum skipum. Gjøgnum Tórshavn Radio fingu skip og bátar Frits Simon Joen Karl Sofus Andreasen Frits varð føddur 13. oktober í 1940. Hann var sonur Christian (Gigga) Andreasen á Høvdanum (1907-1977) og Fridu, fødd Jacobsen (1911-1941). Hon var av Toftum. Frits var ikki tríggjar mánaðir gamal, tá mamma hansara doyði. Gigga sat tá eftir við trimum dreingjum. John fór yvir á Toftir til ommuna og abban, meðan Jógvan (Joen Henry Andreasen, sorinskrivari í Føroyum 1977-2001) og Frits vuksu upp hjá systrunum hjá Gigga niðri á Høvdanum. boð um at fara at leita eftir Gamla Tummasi av Strondum. Hesi boðini hoyrir bygdarfólkið eisini. Nú vita strandingar av, at leitað verður eftir tveimum av bygdarmonnum teirra. Í Tórshavn Radio kunnu tey avvarðandi, alt bygdarfólkið og onnur kring landið, fylgja við í leitingini. Tey kunnu hoyra boðini, sum send verða út til skipini, og tey kunnu eisini hoyra menn umborð á skipum og bátum tosa um, hvussu tað gongur við leitingini. Saloma Thomsen Niðri hjá Salomu eru tær tværeinar heima við hús hetta kvøldið. Saloma og dóttirin Jónhild. Báðar sita tær og lurta eftir Tórshavn Radio. 3

Børnini hjá Hannusi og Salomu. Frá høgru: Tonny, Jónhild, Aslaug, Hansa og John. Lena vantar á myndini Báðar vóna tær og stunda eftir at hoyra okkurt lívstekin frá Gamla Tummasi. Í nýbygdum húsum tætt við skúlan situr ein nýgift kona, Jóhanna Sofía. Mamma og pápi hennara sita við lið hennara í hesi lagnustund. Pápi hennara, Høgni, siglir við,,sjóborgini av Toftum. Teir skuldu verið farnir avstað hetta kvøldið. Høgni var komin umborð, tá hann frættir, at leitað verður eftir dótturmanninum. Hann loypur í land aftur og skundar sær yvirum til dóttir sína. Jóhanna Sofía og foreldur hennara bøna og biðja um at hoyra okkurt frá Gamla Tummasi. Í opnum báti úti á havinum vóru tveir strandingar staddir í hesum veðrinum.,,det er i nat en vågenat, der våge hvo som vil. Tað bleiv ein vøkunátt. John hjá Salomu fer út til Martin Frederiksberg og biður hann koma við sær at leita eftir pápa sínum og Frits við Sílinum. Martin ger seg til reiðar í stundini. Teir skunda sær oman á bryggjuna, loysa og sigla so við fullari ferð út á hav. Saman við Sílinum leita nógv skip og nógvir bátar. Umborð á Morning Star er beiggi John, Tonny, staddur. Har eru skip og bátar, bæði úr Klaksvík, úr Lorvík og nógva aðra staðni við. Esso Føroyar er eisini við í leitingini. Skipini leita alla náttina. Nú er rættiligur stormur av útsynningi. Kvøldið og náttin vóru svár fyri tey avvarðandi. Heima hjá Salomu sótu tær báðar, Saloma og Jónhild. Einsamallar við ótta og bivan. -Har kom eingin á gátt hjá okkum. Kanska tordu fólk ikki at koma; kanska vistu tey ikki, hvat tey skuldu siga, sigur Jónhild. Vit sótu púra einsamallar. Fyri tær báðar varð náttin óunnilig. Sum náttin líður, fjarar vónin so líðandi burtur um at síggja teir báðar aftur. Tann kaldi og beiski veruleikin otar seg so líðandi inn í tilvitsku teirra, til hann at enda stendur ósvikaligur: Hannus og Frits koma ikki aftur. Við køksborðið situr Jóhanna Sofía staroygd og mótfallin. Grundvøllurin - undirstøðið í ungu sál hennara, har hon eigur at kunna kenna seg á tryggari og fjálgari grund - skeiklaðist vanlukkuliga av lagi hesa náttina. Eftir stendur óvissan, allir spurningarnir og ein nívandi sorg. Hesi nýggju húsini skuldu vera karmurin um eitt eydnuríkt lív hjá einum nýgiftum hjúnum - hjá Jóhonnu og Frits. Úti á havinum hevur hann nú funnið sína vátu grøv - hann, sum skuldi gera hesa eydnu fullkomna. Skip og bátar koma ikki fram á Gamla Tummas ella á teir báðar menninar, sum við vóru. Teir finna onkrar tiljur og onkrar tómar stampar. Ein fjøl av stýrhúsinum í stýriborð, har vørpini plagdu at hanga, kemur seinni úr Klaksvík út á Strendur. Móti morgni gerst tað monnum greitt, at Gamli Tummas er burturgingin. Poul Johannes Thomsen, Hannus, bleiv 56 ára gamal og Frits Andreasen 32 ár. Sama morgun kemur prestur á gátt hjá Salomu. Tað var Jákup Magnussen, sum var prestur tá. Hann roynir at siga nøkur troystarrík orð hesa sváru stund, men orð hjálpa so lítið. Tey eru so fátæk, tey veita ongan linna. Prestur lesur nøkur orð og so syngja tey ein sálm við køksborðið. 4

Síðani fer hann niðan til Jóhonnu Sofíu. Køkshurðin hjá Salomu stendur opin. Gjøgnum hasar dyr plagdi Hannus at koma, Vit síggja oman á húsini hjá Hannusi og Salomu hesin sáttligi og friðarligi maðurin og pápin, sum tey øll vóru so góð við. Hann fer ongantíð aftur at lata hasar dyrnar upp; hann kemur ongantíð aftur at merkja hitan frá komfýrinum og alskin frá konu og børnum. -Eg rokni við, at Gamli Tummas er koppaður av einum brotið ella møguliga er ásigldur, sigur John Thomsen. Í sálardýpinum, har vit og skil ikki grynna, har andin reikar um markleys lendi og kenslurnar vella í sorgtungum barmi, hava allar tær kvinnur á Strondum, allar einkjurnar, sum mist hava mann sín á sjónum, tikið hendur saman og sligið ring. Illveðurskvøldið, 27. februar í 1973, koma tvær afturat upp í henda stóra ringin. Tær eru Saloma og Jóhanna Sofía. Men enn er talið ikki fult í hesi hart raktu bygd, enn er kalikurin ikki tømdur. Ringurin veksur 16. november í 1977, tá Hanna uppi í Selvindi kemur uppí, og aftur 5. december í 1994, tá Simona inni á Fríðriksmørk tekur í hendurnar á øllum hinum einkjunum í bygdini. Um páskirnar, 2. apríl í 1998, verða tríggjar aðrar einkjur leiddar uppí ringin. Tær eru Marita, Sigga og Sóleyg. Sóleyg, sum henda dagin misti bæði mann, pápa og ein beiggja á sjónum, tekur fast í hondina á ommu sínari, Salomu. Umframt at hava mist mannin og fostursonin, misti Saloma nú eisini ein son og ein ommuson á havinum. Simona hevur nú, umframt mann sín, eisini mist ein son á sjónum; Marita hjá Tonny somuleiðis. Í 1999 koma Kristianna og í 2007 Etly eisini upp í ringin. Undir hesum tíðarleysa hválvið rennur saman tað, sum grør, við tað, sum følnað er. Tey, sum eru, finnast við tey, sum hava verið. So byrjar Saloma við fastari rødd at syngja sálmin, sum børn hennara so ofta hoyrdu hana syngja. Hinar eru skjótar at taka undir - fyrst hin milda, blíðoygda Hanna Jacobsen á Mýruni, síðani tann hegniga Tinna Abrahamsen, sum dugdi so væl at seyma. So syngur allur skarin av einkjum í Stranda bygd, sum alt frá tíðarinnar morgni og upp til okkara dagar vóru fyri tí vanlagnu á lívsleið teirra at missa mannin á sjónum - at missa hann, tær vóru so góðar við: Den store hvide flok vi se som tusind bjerge fuld af sne, med skov omkring af palmesving, for tronen, hvo er de? Det er den helteskare, som af hin den store trængsel kom og har sig to't i Lammets blod til Himlens helligdom! Dér holder de nu kirkegang med uophørlig jubelklang i høje kor, hvor Gud han bor blandt alle engles sang. Keldur: John Thomsen, Jóhanna Sofía Jensen, Jónhild F. S. West, Helena F. Jacobsen, Hansa Fjallstein, Sune Jacobsen, Asbjørg á Hálvmørk Myndir: Myndaánarar: Ingvard Fjallstein, Eivind Jacobsen og Lassi Borðoy 5