Grannskoðaranevndin. Dagfesting: 24. mars GN-1/2014 (j. nr. hjá Skráseting Føroya 11/00060) móti. Løggildum grannskoðara Jógvan Amonson

Relaterede dokumenter
Løgtingið. Tórshavn, tann 24. februar 2009 Vmr J.Nr.:

Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding av elinnleggjarum

Sagsøgeren har påstået sagsøgte dømt til at betale kr. med procesrente fra den 26. juni 2003, subsidiært procesrente fra den 22. april 2008.

Kunngerð. grannskoðaraváttanir v.m.

Løgtingsmál nr. 148/2008: Uppskot til løgtingslóg um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir (grannskoðaralógin) Uppskot.

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

Vegleiðing um krøv í løgtingslóg um tryggingarvirksemi til nevndarlimir og stjórnarlimir um førleika og heiðursemi (fit & proper)

- Webundersøgelse, Fólkaskúlaráðið, oktober Fólkaskúlaráðið. Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på

Grannskoðaraeftirlitið. Grannskoðaraeftirlitið. Ársfrágreiðing. Almannakunngjørd 23. juni 2017

Grannskoðaraeftirlitið. fghjklæøzxcvbnmqwertyuiopåasdfghj. Ársfrágreiðing og 2010

Álit. viðvíkjandi klagu um manglandi svar upp á innlitsumbøn

Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál. Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess

forbindelse med både ansættelse, ændring i ansættelsesforhold og ved afslutning af ansættelsen.

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál

Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging

Kanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum

Advokatskrivstovan Fr. Petersensgøta

11. december (Indsendelsesbekendtgørelsen) Kapitel 1 Anvendelsesområde

Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin. Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014

Heilsu- og innlendismálaráðið

Landsstýrismálanevndin hevur viðgjørt málið á fundum 30. oktober 2012, 22. januar, 21. mars og 11. apríl 2013.

Heilsu- og innlendismálaráðið

Gamlar myndir úr Norðuroyggjum

Álit. viðvíkjandi klagu um vantandi innlit í mál um keyp av heimasíðu hjá Kringvarpi Føroya

Skatta- og avgjaldsmál avgerðir

Mikudagin TANN 15. apríl verður ráðstevna á Hotel Føroyum um multiresistentar bakteriur og antibiotikaresistens

Álit Viðvíkjandi klagu um vantandi fráboðan, grundgeving og kæruvegleiðing í avgerðum hjá TAKS

Grannskoðaranevndin. Ú r s k u r ð. Tann 1. oktober 2018 í máli. GN-1/2017 (j. nr. hjá Skráseting Føroya 17/00133) Grannskoðaraeftirlitið.

Givið út 30. mai 2017

Bygnaðarbroytingar, tænastumenn og grundgevingar

Løgmansskrivstovan. Løgtingið Dagfesting: 11. november 2016 Mál nr.: /16 Málsviðgjørt: GJ

Liðugfráboðan til eftirlits av Brunaávaringarskipan

Løgtingið Tórshavn, tann 3. mars 2015 VMR j.nr.: 15/00009 Viðgjørt: SPS

Under arbejdet med kunngerðini er jeg blevet opmærksom på 3 områder i loven, jeg mener vi lige må tænke over en ekstra gang.

Sigurd fekk medalju fyri sigling í krígstíð í Íslandi

Málsgongd Við skrivi, dagfest 12. desember 2008, sendi Mentamálaráðið soljóðandi uppsøgn til klagaran:

DOM. Under denne sag, der er anlagt den 16. august 2010, har sagsøgerne, A, B, C, D, E, F, H, I, J og K, nedlagt påstand om:

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

Vegleiðing at dagføra GPS-kort. Tillukku við tínum keypi av GPS-korti. Kortið fevnir um Føroyar.

Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland

Tórshavn 3. apríl Viðmerkingar til byggilógina v/petur Olsen

Almannastovan. Almannastovan. Skjal 11. Dagur J. nr I. Almanna- & Heilsumálastýrið Fyrisitingardeildin Eirargarður Tórshavn

Álit. viðvíkjandi klagu um handfaringina hjá Hvalbiar kommunu av eini innlitsáheitan

LØGMANSSKRIVSTOVAN LØGDEILDIN

DOM. De sagsøgte har nedlagt påstand om frifindelse, således at Skatte- og afgiftkærenævnets afgørelse af 9. november 2016 stadfæstes.

Orðið eigur í føroyskari felagsverklóg 1

Tine Færch Jørgensen. Til Trafik- og Byggestyrelsen

Bakstøði Ynski var: - At lýsa teir møguleikar og tær treytir eldri fólk í Føroyum hava fyri einum góðum lívi í eldri árum - At lýsa hvørji átøk kunnu

Klagan til TV2. Hvat kann gerast. Upplivdi illveðrið í 1932, ið beindi fyri formanni í FF. Livravirkið á Eiði. Frásøgn hjá Andrew Godtfred:

Vinnukærunevndin - avgerðir

Bekendtgørelse af overenskomst af 2. februar 2007 med Island om den maritime afgrænsning mellem Færøerne og Island

Frágreiðing um grundlógararbeiði

Konference om affald på havet

Spurningar og svør frá aðalfundinum í 2014

LANDSGRANNSKOÐANIN. Frágreiðing. um umskipanina av Føroyagrunninum frá 1971 til ein sjálvsognargrunn. latin løgtingsgrannskoðarunum

Marius smíðar bát í Íslandi. ALS 10 ár. Stór frásøgn frá hátíðarhaldinum. Bjarni Djurholm má steðgast og fiskimonnum má vera tryggjað rættindi.

Løgtingsmál nr. 59/2014: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar

FORMAÐURIN. Óluva Hansen móti P/F Grón mismunur vegna viðgongu og barnsburð

Nr desember 2008

ES-fyriskipanin um persónsdátuvernd

Søgan um "Vesturhavið Blíða"

P/F EIK BANKI YVIRI VIÐ STROND 2 POSTBOX TÓRSHAVN Føroyar

Viðvíkjandi: P/f Tryggingarfelag Føroyar yvitekur virkisøkið frá P/f Trygd

Samandráttur av øllum uppskotunum

Akademiútbúgvingin. Próvtøkan juni Føroya Handilsskúli

Løgtingsmál nr. 84/2010: Uppskot tilríkislógartilmæli um gildiskomu í Føroyum av lóg um Fólkatingsumboðsmann. U p p s k o t. til

Aftaná eitt misálit Tað hjálpir einki bert at seta nýggjan landsstýrismann. Tað, sum ræður um, er ein fullkomilig umskipan av fiskimálaráðnum.

Føroyskur saltfiskur væl umtóktur

Álit viðvíkjandi handfaring av umbøn um innlit í byggimál hjá Tórshavnar kommunu.

Uppskot. til. løgtingslóg um rættindi løntakaranna í sambandi við, at landsstýrið yvirtekur mál og málsøki frá ríkismyndugleikunum

IV. Álit og aðrar niðurstøður hjá umboðsmanninum í málum avgreidd í 2005

Ársfundur hjá Landsneti

Álit um stýrisskipanarviðurskifti Føroya

Alternativur flogvøllur í Føroyum.

Magni Laksáfoss. Magni Laksáfoss, Fróðskaparsetur Føroya

HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ

LEIÐREGLUR FYRI EMBÆTISFÓLK Í LANDSFYRISITINGINI

LØG M A N S S K R I V S T O V A N. P r i m e M i n i s t e r s O f f i c e

OVERENSKOMST FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ FARMAKONOMFORENINGEN MELLEM

Løgmansskrivstovan. Dagfesting: 15. desember 2016 Mál nr.: /16 Málsviðgjørt: GMN. Fylgiskjal 1. Javntekstur

Álit viðvíkjandi klagum um starvssetanir í Suðuroyar musikkskúla. Við skrivi, dagfest 16. februar 2014 sendi A umboðsmanninum soljóðandi klagu:

Frágreiðing frá arbeiðsbólki, ið skal lýsa hvørji átøk kunnu gerast til tess at fyribyrgja at borgarar enda uttanfyri arbeiðsmarknaðin

SÁTTMÁLI MILLUM FARMAKONOMFORENINGEN OG FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ

Álit. viðvíkjandi. víðkan av føroysku útbúgvingarstuðulsskipanini til allar lesandi føroyingar uttanlands

Fólkaheilsukanning Hvussu hevur tú tað 2015

Fíggjarmálaráðið. Løgtingið Dagfesting: 7. februar 2018 Mál nr.: 17/ Málsviðgjørt: JEK

Dátueftirlitið Tinganes - Postboks Tórshavn Telefonnr:

Veiðihagtøl fyri lunda Bergur Olsen og Jens-Kjeld Jensen

Tinganes - Fo-100 Tórshavn Faroes Tel: (+298) Fax: (+298)

Kirkjuligt Missiónsblað

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi

V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð

Minni um teir, sum sigldu og teir, sum doyðu undir krígnum Ferðin hjá "Johannu" eitt rimmar tiltak.

Børn og doyving Kunning til foreldur

V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð. Løgtingið Tórshavn, tann 1. desember 2014 Vmr. J.Nr.: 14/

Út á Fagranes, har 7 fiskimenn mistu lívið í 1927

23 Uppskot til løgtingslóg um umskipan av Føroya Lívstrygging Skjal 0. Frágreiðing um umskipan av Føroya Lívstrygging til partafelag

OVERENSKOMST 2011 til 2015

Transkript:

Dagfesting: 24. mars 2015 GN-1/2014 (j. nr. hjá Skráseting Føroya 11/00060) A móti Løggildum grannskoðara Jógvan Amonson Nevndin segði tá henda Ú r s k u r ð Um kæruna Við skrivi dagfest 11. februar 2011 kærdi advokaturin fyri A løggildan grannskoðara Jógvan Amonsson. Kæran var stílað Dissiplinernevndini. Nevndin fatar hetta sum kæru, sum Grannskoðaranevndin av røttum kann viðgera eftir Ll. 45/2009 um góðkendar grannskoðarar og grannskoðaravirkir 41, stk. 3, sum ásetur: Stk. 3. Kærur um, at ein grannskoðari, tá hann ger uppgávur sambært 1, stk. 2 og 3, hevur sett til síðis tær skyldur, sum starvið hevur við sær, kunnu leggjast fyri Grannskoðaranevndina. 1 stk. 2 og 3 nevna serliga skyldur grannskoðarans; tá grannskoðarin gevur grannskoðanarátekningar; tá grannskoðarin ummælir leiðslufrágreiðingar sambært ársroknskaparlógini; tá grannskoðarin gevur aðrar váttanir, sum ikki einans eru ætlaðar til egna nýtslu eftir umbøn; tá grannskoðari gevur aðrar váttanir kravdar sambært lóggávu. Í kæruni verður nevnt, at grannskoðarin hevur grannskoðað A og givið váttanir í mong ár, og at seinastu 20 árini er svik framt móti A við tapi fyri A uppá 2,2 mió. kr. Í kæruni verður víst til váttanir í 2005, 2006 og 2007 sum siga at talan er um væl umsitið øki; umframt at grannskoðarin skal hava váttað upphæddir og upplýsingar, sum ikki eru kannaðar og kassaeftirlit, sum ikki er framt. Nevnast kann, at í dómi 18. apríl 2012 í sakini 1-9/2012, var B sum starvaðist hjá A dømdur fyri grovan undandrátt eftir revsilógini 278 og 286, og í sama høpi dømdur at gjalda A aftur knappliga 2,8 mió. kr. Í frágreiðing síni segði ákærdi B millum annað, at tað var lætt at fremja svikið, og at grannskoðarin bert vitjaði eina ferð um árið. Grannskoðaranevndin hevur fingið innlit í frágreiðingar frá løgregluni um brotið, men er ikki farin í smálutir; talan er um sera nógvar smáar væl duldar undandráttir; nevndin heldur ikki, at svik í sjálvum sær merkir brot á skyldurnar hjá 1

grannskoðara, men heldur er spurningurin, hvørt grannskoðarin við betur at fylgja góðum grannskoðarasiði kundi havt minkað um høvi og sannlíkindi fyri sviki, ella um grannskoðarin hevur mishildið skyldur sínar og alment økt um vandan fyri sviki. Kæran er orðað av nýggjum 22. apríl 2013 í kæruriti frá advokati. Málskravið verður orðað sum at hava brotið góðan grannskoðarasið í tíðarskeiðnum 1987 til 2010; biðið verður um revsing samsvarandi galdandi reglum og praksis. Kæruritið vísir á fleiri dómar, harav fleiri hava sambærligar umstøður við undandrátti, men talan er tó um mál, har kravdar verða skaðabøtur (endurgjald) fyri staðfest mistøk hjá grannskoðaranum. Nevndin sigur, at grannskoðanarnevndin hvørki tekur støðu til endurgjald ella revsing, men heldur tekur støðu til skyldur grannskoðarans og kann aga (dissiplinera) hann við fyrisitingarligari bót (agabót). Men framt svik merkir ikki í sjálvum sær brot á skyldur grannskoðarans, hesar mugu ítøkiliga ávísast. Kæruritið vísir á, at sagt verður alsamt í frágreiðing grannskoðarans um kassa og tøkan pening, at prógv [er] fyri, at hetta økið er væl umsitið (dømi frá 2005). Kæruritið heldur eisini uppá, at svikið bar til, tí ongin faktiskur funktiónsskilnaður var, og at vandin fyri sviki øktist, tí grundreglan, um at tveir ymsir persónar skulu flyta og skráseta, ikki var hildin ímóti tí sum grannskoðarin mælti til og staðfestu mannagongdirnar. Um kærda og svarrit hansara Kærdi grannskoðari, Jógvan Amonsson, hevur verið statsautoriseret revisor síðani 7. mai 1986 og løggildur grannskoðari síðani 1. juli 1993. Hann byrjaði í læru sum grannskoðari hjá statsautoriseraða grannskoðanarvirkinum C í 1979. Jógvan Amonsson hevur verið stjóri í P/F D síðani 1. oktober 2008 og starvast í dag hjá P/F E. Nevndin skal serliga vísa á, at lógin áleggur grannskoðaranum yrkisliga ábyrgd sum alment álitisumboð, serliga í 41 og 42. 41 stk. 3 Kærur um, at ein grannskoðari... hevur sett til síðis tær skyldur, sum starvið hevur við sær, kunnu leggjast fyri Grannskoðaranevndina. 42 stk. 1 Ein grannskoðari, ið setir til síðis tær skyldur, ið fylgja við starvinum... kann frá Grannskoðaranevndini fáa eina ávaring ella eina bót... 1 stk. 2 Lógin er galdandi, tá grannskoðarin gevur grannskoðanarátekningar á roknskapir, heruppi í tá grannskoðarin ummælir leiðslufrágreiðingar sambært ársroknskaparlógini, og tá grannskoðarin gevur aðrar váttanir við trygd... Lógin ásetir serligt slag av málum móti grannskoðaravirkjum í 41, stk. 5, har Grannskoðaraeftirlitið kann skjóta eitt grannskoðaravirki inn fyri grannskoðaranevndina um manglandi leiðreglur, góðskueftirlit osfr. Munur er á, hvørjar aga bøtur kunnu áleggjast í hesum báðum sløgunum av málum, sí 42, stk. 1 og stk. 4. 2

Í svarriti í telduposti frá 8. juli 2011 verður sagt, at bara 5 tey seinastu árini skulu viðgerast. Svarritið heldur eisini uppá, at sera torført er at verja seg móti fíggjarundandrátti hjá starvsfólkum, og ein grannskoðan av roknskapum gevur ikki fulla vissu fyri at einki óregluligt er hent. Svarritið heitir á kærara um at greiða nærri og ítøkiliga frá hvat kæran veruliga snýr seg um. Svarritið hevur hjálagda frágreiðing frá P/F D undirskrivaða av Jógvani Amonsson dagfesta 29. oktober 2010, har millum annað verður greitt frá mongu broytingunum í A herundir bygnaðarbroytingar í 2008, og Tað vísir seg nú, at hesi umskiftiligu viðurskiftini hava borið við sær, at funktiónsskilnaðurin í roknskapardeildini ikki hevur verið heilt greiður. Slíkur skilnaður er annars grundleggjandi, sum frágreiðingin sigur: Tá ein persónur hevur heimild at flyta pening, samstundis sum viðkomandi hevur møguleika at bóka somu flytingar, er tað sera trupult at avdúka svik. Tí leggur øll grannskoðan upp til, at tað er funtiónsskilnaður millum tey ið disponera og tey ið skráseta. Víst verður síðani á, at mongu trupulleikarnir við at avstemma konti ikki vóru á økinum hjá dømda B, og at annars vóru so nógv onnur viðurskifti at taka støðu til, at Okkara váðametingar hava beint okkum aðrar vegir enn at prioritera grannskoðan móti sviki. Slík grannskoðan hevði eisini verið sera trupul, tí svikið var framt við skjalafalsan, sum er serliga trupul at avdúka. Annað svarrit er dagfest 13. september 2012. Har verður millum annað gjørt meira burturúr hugtøkunum grundað vissa og rættvísandi mynd víst verður á, at svikið er um 100t kr. árliga í fleiri enn 20 ár, svarandi til 1 promillu av fíggjarætlanini. Uppaftur annað kærurit (duplik) er orðað 11. februar 2014, har verður tikið afturíaftur fyrning, hvør ítøkiliga kæran er, umframt 1) samsvar millum roknskap og frágreiðing/váttanir, og 2) hvørt grannskoðarin við at gera nærri kanningar kundi staðfest misbrotini. Nevnast skal, at advokaturin hjá A á fundi gjørdi galdandi, at talan ikki var um fyrning eftir 5 árum, umframt at grannskoðarin hevði próvbyrðu fyri at hóskandi framferð varð nýtt. Um viðgerðina í nevndini 2011-14 Grannskoðaranevndin hevur viðgjørt málið síðani kæran var latin í februar 2011. Nevndin skal beinanvegin harmast um drúgvu viðgerðartíðina. Men trupult hevur verið at manna nevndina. Á vári 2014 varð nevndin endurskipað og fór av nýggjum undir at fyrireika málið. Á fundi 15. mai 2014 varð heitt á advokatarnar um at taka støðu til ávísar spurningar ávegis og royna at finna fram viðkomandi tilfar til tess at upplýsa mest viðkomandi spurningarnar í málinum. 3

Advokatarnir svaraðu báðir, ávikavist advokaturin hjá A, skriv dagfest 12. juni 2014 við fylgiskjølum og advokaturin hjá Jógvan Amonsson við tveimum ringbindum, serliga við protokollum og notatum frá grannskoðan árini 2005 og frameftir. Advokaturin hjá A førir fram, at kærumálið ikki er avmarkað til spurningin um, hvørt revisiónin átti at havt avdúkað sjálvan undandráttin... um grannskoðarin veruliga hevði kannað tey viðurskifti, ið hann hevur givið átekning um, so kundi verið fyribyrgt ósamsvar millum roknskaparreglugerðina og A-heimildir og manglandi funktiónsskilnað og innaneftirlit. Grannskoðaranevndin helt næsta fund og samdist um at senda soljóðandi skriv: Í nevnda máli var í skrivi 9. mai staðfest, at málið verður endaliga viðgjørt á úrskurðarfundi 19. august 2014 á Skálatrøð kl. 14.00. Tá eiga advokatarnir at møta møguliga saman við pørtum og øðrum, sum skulu greiða frá málinum. Nærri fundarætlan verður løgd í samráð við advokatarnar. Umboðini vóru tó biðin um viðmerkingar til nakrar ávegis spurningar og fingu høvi at leggja fram tilfar um ávíst evni. Nevndin hevur fingið skriv og tilfar frá báðum advokatunum og hevur síðani tikið hesa støðu: 1) Avgerðin hjá nevndini um tíðarkarm Hetta snýr seg um fyrning, ella hvussu langt aftur í tíð Grannskoðaranevndin kann fara. Ll. 45/2009 um góðkendar grannskoðarar og grannskoðaravirkir ásetir í 44, stk. 1, at Freistin fyri at leggja eitt mál fyri Grannskoðaranevndina er 5 ár roknað frá tí degi, tann skeiva framferðin ella undanlátið helt uppat. Ásett er í 45, stk. 2, at freistin verður brotin, tá kæra er latin nevndini. Eyðvitað er tí í øllum førum talan um at bróta fyrning, tá ið kæran var latin nevndini. Kæran er dagfest 11. februar 2011 og stemplað móttikin 15. februar 2011. Eftir hesum gongur heimildin hjá nevndini at viðgera brot á skyldur hjá grannskoðara og grannskoðanarvirki aftur til 15. februar 2006. Hetta sjálvt um kravrættarlig fyrning ella revsirættarlig fyrning eftir umstøðunum er onnur. Spurningurin er tó, hvørt talan er um áhaldandi brot við tí virknað, at fyrning ikki skal roknast fyrrenn seinasta brotið (framferðin ella undanlátið) fór fram, og freistin samsvarandi er brotin fyri alla framferð ella alt undanlát, um freistin er brotin, áðrenn seinastu hendingarnar eru fyrnaðar. Í borgarliga partinum av málinum móti B er hesin í dóminum staðfestur at hava framt:...underslæb af særlig grov beskaffenhed - ved i perioden 9. mars 1987 til 27. juli 2010 4

som B... påførte A et samlet tab på ikke under 2.773.291,94. Revsirættarligi dómurin er ikki í málinum hjá Grannskoðaranevndini, men í skrivi dagfest 4. oktober 2011 frá Statsadvokaten for særlig økonomisk kriminalitet verður sagt á síðu 5, at Politiet har derfor betragtet perioden som et ubrudt forhold og set bort fra bestemmelserne i straffelovens 93, jfr. 92, der omhandler forældelse. Bæði kravrættarliga og revsirættarliga er misbrotið mótvegis A sostatt mett at vera áhaldandi, og freistin brotin av tí móti B reista máli. Grannskoðarin og grannskoðaravirkið hava verið tey somu sama tíðarskeið, og misbrotið tykist vera av sama slagi alla tíðina. Møgulig brot á skyldur grannskoðara eru tí helst av sama slagi alt tíðarskeiðið. Kortini er ivasamt, um lógin heimilar at fara eins langt aftur og farið er í nevnda máli móti B. Hvørki viðmerkingar til føroyska ella danska lóg siga stórvegis um fyrning, men venja hjá samsvarandi danska myndugleikanum, revisornævnet, hvørs lóggáva og heimildir líkjast okkara, er at fata hvønn roknskap fyri seg og síggja mistøk av sama slagi ár fyri ár sum sjálvstøðug brot á skyldur grannskoðara. Um danska venju verður sagt í ársfrágreiðing hjá revisornævnet 2011 á síðu 45: Fristen begynder at løbe den dag, den pligtstridige handling eller undladelse er ophørt, jf. 46 stk. 1. I overensstemmelse med almindelig strafferetlig terminologi må fristen i relation til handlinger regnes fra det tidspunkt, hvor handlingen er begået, medens den i relation til undladelser må regnes fra det tidspunkt (hvis det er indtrådt), hvor handlepligten ophørte.... Undertiden kan det blive afgørende at fastslå det nøjagtige tidspunkt for at kunne tage stilling til forældelsesspørgsmålet. Hvervet som revisor for en klient varer ofte ved gennem en årrække og består hvert år i det væsentlige i de samme erklæringsopgaver, f. eks. revision af årsrapport, der således gentages år for år. Herved kan den samme fejl undertiden siges at gå igen fra år til år. En gennemgang af nævnspraksis viser imidlertid, at nævnet er yderst tilbageholdende med at statuere, at en sådan kæde af ensartede overtrædelser udgør et enkelt, vedvarende forhold, en såkaldt fortsat forbrydelse, med den virkning, at forældelsesfristen først skal regnes fra den seneste overtrædelse. Nævnet bedømmer i altovervejende grad hvert forhold for sig som en selvstændig overtrædelse og bedømmer derfor også forældelsesspørgsmålet i relation til hver enkelt overtrædelse. Nevndin metir, at hóast høvuðsevnið í málinum, er tað lógin nevnir undanlát fyri nevnda samanhangandi tíðarskeið, har sami grannskoðari og sama grannskoðaravirkið hava grannskoðað sama kunda við sama B undir somu týðandi umstøðum, so skulu møguligu brot grannskoðarans síggjast sum sjálvstøðug brot í samband við hvønn 5

roknskap ella hvørja frágreiðing sær, har tey eldru brotini framd áðrenn 15. februar 2006 fella uttanfyri heimildir nevndarinnar at viðgera. Nevndin hevur sjálvsagt ikki enn tikið støðu til, hvørt grannskoðarin og grannskoðaravirkið hava brotið skyldur sínar, sum nevndin eftir Ll. 45/2009 hevur heimild at viðgera. Partarnir vóru bidnir um at vísa á, um teir mettu at ymsar skyldur hava verið galdandi fyri grannskoðaran og grannskoðaravirkið tíðarskeiðið frá februar 2006. Tí vóru hesir spurningar tiknir upp: 1) Møguliga at leggja málið fyri annan myndugleika Nevndin vil tryggja sær, at mál verða viðgjørd á rættan hátt. Tí valdi nevndin at taka henda spurningin upp við partarnar. Ll. 45/2009 skilir ímillum fleiri myndugleikar, Skráseting Føroya, Grannskoðaranevnd og aðrar, og hugsast kunnu viðkomandi myndugleikar uttanfyri skipanina í lógini. Hvørki nevnd ella umboð partanna hava tó funnið ella víst á viðkomandi stovnar ella heimildir, sum geva orsøk at vísa málinum frá sær. Grannskoðaranevndin staðfestir tí, at hon er rætti myndugleiki at viðgera málið til endans. 2) At biðja um frágreiðing frá serfrøðingi. Mál fyri grannskoðaranevndini kunnu gerast so fløkt ella fakliga avbjóðandi, at neyðugt er at fáa serfrøðing at gera nevndini frágreiðing ella tilmæli. Hetta er vanliga mannagongd hjá samsvarandi danska myndugleikanum, hvørs lóggáva og heimildir líkjast okkara. Hvørki nevnd ella umboð partanna hava funnið serliga orsøk at lata hetta málið útseta til slíka frágreiðing ella kanning. Nevndin metir seg hava nóg gott innlit at kunna taka avgerð í hesum ítøkiliga málinum um tær skyldur ið fylgja við starvinum hjá grannskoðara og grannskoðaravirki. Úrskurðarfundur varð hildin týsdagin 19. august 2014 kl. 14.00 á Skráseting Føroya. Frágreiðingarnar vóru í stuttum: 6

Umboð fyri A greiddi frá, at tá undandrátturin varð staðfestur var kannað hvussu skuldi farast víðari við málinum. Einki fyrivarni hevur verið tikið í ársfrásagnunum og tí hevur eingin illgruni verið um, at nakað skeivt er farið fram. Jógvan Amonsson greiddi frá, hvussu grannskoðanin í A fór fram. Hann greiddi frá, at fyrst verður ein váðameting gjørd. Í tráð við váðametingina verður ein grannskoðaraætlan gjørd. Grannskoðað verður so eftir grannskoðaraætlanini. Síðani verður kannað um mannagongdir eru yvirhildnar og kassaeftirlit verður gjørt. Hann viðmerkti eisini, at í 2005 vóru stovnarnir lagdir saman og raksturin koyrdi tungt. Serliga koyrdi raksturin hjá einum parti tungt, og tí hevði váðametingin lagt serligan dent á samanleggingina og framtíðar raksturin fyrstu árini eftir, at stovnarnir høvdu lagt saman. Jógvan Amonsson metir, at grannskoðanin hevur verið sum hon skal. Jógvan Amonsson greiðir víðari frá, hvussu mannagongdirnar vóru fyri flytingum og útgjaldi í bókhaldinum. Advokatarnir førdu fram somu sjónarmið, sum í skrivliga tilfarinum. Serliga vóru tó nakrir spurningar umrøddir: Spurningurin, um rætta kærda, sum nevndin hevur tikið støðu til. Spurningurin, hvørt onnur tiltøk kunnu leggja uppfyri manglandi funktiónsskilnaði. Spurningurin, hvørt grannskoðanin veruliga er farin fram samsvarandi ætlan fyri grannskoðan og samsvarandi teimum protokollum og notatum frá grannskoðanini árini 2005 og frameftir, sum advokaturin hjá Jógvan Amonsson eftir áheitan hevði lagt fram. Um kanning eftir úrskurðarfundin Nevndin avgjørdi á úrskurðarfundinum, at neyðugt var at eftirkanna serliga spurningarnar um at leggja uppfyri, og hvørt grannskoðanin veruliga var farin fram. Heitt var á føroyskan grannskoðara, sum grannskoðaraeftirlitið eisini samstarvar við, um at gera kanning. Í niðurstøðuni frá kanningini stendur: 1057: Hóast planleggingarskrivið er yvirskipað, og tað bert síggjast ætlaðar konkretar handlingar í 2009, og hóast tað ikki hevur eydnast undirritaða at fáa meira dokumentatión fyri útintu grannskoðanina, so er fatanin hjá undirritaða, at tað er samanhangur millum ætlaðu grannskoðanina, útintu grannskoðanina og fráboðaðu niðurstøðurnar. Grundað á tilfar sum undirritaði hevur móttikið frá Grannskoðaranevndini ber tí ikki til at siga, at grannskoðarin ikki hevur gjørt tað, hann sigur seg hava gjørt í árunum 2007, 2008 og 2009. 7

1062: Grundað á tilfarið, sum undirritaði hevur móttikið frá Grannskoðaranevndini ber ikki til at siga, at vandin fyri sviki var nógv minni, hevði grannskoðarin veruliga gjørt sum sagt, men grannskoðarin átti í protokollini fyri 2007, 2008 og 2009 at gjørt leiðsluna og stýrið varugt við avmarkingar í innanhýsis eftirlitinum hjá A orsakað av vantandi funktiónskilnaði á økinum Tøkur peningur Grundgeving nevndarinnar Um lógina Løgtingslógin ber í sær orðingar, sum mugu latast upp til tulkingar. Ll. 45/2009 um góðkendar grannskoðarar og grannskoðaravirkir 41, stk. 3, sum gevur atgongd at kæra um brot á skyldur grannskoðarans sambært 1, stk. 2 og 3, sum serliga nevna skyldur grannskoðarans, tá grannskoðarin gevur grannskoðanarátekningar, tá grannskoðarin ummælir leiðslufrágreiðingar sambært ársroknskaparlógini, tá grannskoðarin gevur aðrar váttanir ið ikki einans eru ætlaðar til egna nýtslu eftir umbøn, tá grannskoðari gevur aðrar váttanir kravdar sambært lóggávu. Hvat nærri er at vænta av grannskoðara sæst í lóggávu, eisini kunngerðum, umframt góðum siði, sum grannskoðaranevndin staðfestir og metir um. Í hesum málinum er fyrst at staðfesta, grannskoðarin ikki er í tænastu hjá virki ella stovni, ið hann grannskoðar. Heldur er hann sum staðfest í Ll. 45/2009 15 og fleiri aðrastaðni í lógini: álitisumboð hjá almenninginum og skal tryggja og vátta, at roknskapurin er álítandi hjá almenninginum, verið seg íleggjarum, kreditorum ella bert alment áhugaðum ella sum her skattgjaldaranum og almennu fyrisitingini. Serliga ábyrgdin sæst aftur í teimum óvanliga strongu og tungu yrkisligu agareglunum. Eftir Ll. 45/2009 42, stk. 1 kann grannskoðari ið misheldur skyldurnar frá Grannskoðaranevndini fáa eina ávaring ella eina bót upp á í mesta lagi 300.000 kr. Í serligum førum kann loyvi takast frá grannskoðara eftir 42, stk. 2, um grannskoðarin er sekur í grovum ella ofta endurtakandi vansketni ella vandi er fyri, at grannskoðarin ikki kann røkja starvið sum álitisumboð hjá almenninginum. Fyri grannskoðaravirki kann agabótin gerast enn hægri, tá ið talan um serligu skyldurnar hjá grannskoðaravirkjum. Millum smærru bøturnar í danskari venju eru bøtur uppá fáar 10.000-tals krónur, hægri bøtur, eisini omanfyri 100.000 kr. eru rættiliga vanligar. Bøturnar eru sostatt ætlaðar at vera meira enn symbolskar, tær skulu staðfesta at øll álitisbrot, serliga um grannskoðarin sparir sær ómakin at grannskoða nóg væl, skulu kosta og kosta meira enn møgulig sparing við ikki at halda seg til góðan grannskoðarasið. 8

Hetta verður sagt til tess at fáa lagt linjuna frá byrjan, nevniliga at staðfesta, at spurningurin er ikki, hvat kundin bað um, men hvat almenningurin hevði krav uppá. Í hesum førinum kemur málið fyri grannskoðaranevndina, tí serliga grovt svik er framt. Nevndin metir ikki, at svikið í sjálvum sær er orsøk til at staðfesta brot á skyldur og góðan sið hjá grannskoðaranum. Roknskapur er altíð nakað misvísandi, og serliga ber ikki til at tryggja seg fullkomiliga móti sviki. Spurningurin er heldur, hvørt grannskoðarin við at fylgja góðum grannskoðarasiði kundi havt minkað um høvi og sannlíkindi fyri sviki, ella grannskoðarin hevur mishildið skyldur sínar og alment økt um vandan fyri sviki. Sum sæst av grannskoðaraprotokollunum, hevur grannskoðarin havt stórt álit á B ið seinni vísti seg at hava svikað í fleiri førum verður staðfest, at ov stórir munir eru, trupulleikar við debitorum, avstemman og øðrum, men litið verður á, at B skal eitt nú fáa skil á skráseting av ognum og annars standa fyri eftirliti og uppstrammingum. Um støðuna hjá B verður serliga sagt í grannskoðarafrágreiðingini 2008: bókhaldið er væl tilrættalagt, og bókhaldið er altíð væl dagført. Eisini hevur stjórin eitt effektivt mánaðarligt eftirlit analysu av bókhaldinum, og eg meti, at hetta innanhýsis eftirlit er nóg mikið, og hóast B er bæði kassameistari og bókhaldari, so fær [stjórin] allar týðandi útgjaldingar til góðkenningar, sama við flytingaráheitanini til bankan, og er nakað annað sum B luttekur í, so er mannagongdin, at stjórin altíð váttar gjaldingina. Lagt verður afturat: Átekning: Roknskapurin fær eina blanka átekning. (standard) síðu 3 av 3. Hetta stendur í mótsøgn til, hvat grannskoðarin sjálvur skrivar aftaná svikið er avdúkað: Tá ein persónur hevur heimild at flyta pening, samstundis sum viðkomandi hevur møguleika at bóka somu flytingar, er tað sera trupult at avdúka svik. Tí leggur øll grannskoðan upp til, at tað er funktiónsskilnaður millum tey, ið disponera og tey, ið skráseta. Víst verður síðani á, at mongu trupulleikarnir við at avstemma konti ikki vóru á økinum hjá B, og at annars vóru so nógv onnur viðurskifti at taka støðu til, at Okkara váðametingar hava beint okkum aðrar vegir enn at prioriterað grannskoðan móti sviki. Eisini verður greitt frá mongu umleggingunum av A, herundir bygnaðarbroytingar í 2008, og Tað vísir seg nú, at hesi umskiftiligu viðurskiftini hava borið við sær, at funktiónsskilnaðurin í roknskapardeildini ikki hevur verið heilt greiður. Grannskoðaranevndin heldur undir hesum umstøðum tað vera rætt, at raðfesta aðrar avbjóðingar enn almenna abstrakta fyribyrging av sviki. Men nevndin heldur kortini ikki, at manglandi funktiónsskilnaðurin var nakað, sum nú vísir seg ikki at vera heilt greiður sum protokollin frá 2008 sýnir, so hevur samanfallið millum kassameistara og bókhaldara verið greitt staðfest og meðvitað frávalt sum kritikkur mótvegis leiðsluni. Avgerandi er eisini, at almenningurin fær bert 9

blanka átekning at síggja, har verður hvørki gjørt vart við manglandi funktiónsskilnaðin ella avbjóðingarnar, ið annars vóru. Møguliga hevur hetta verið vanligt, men at nakað er vanligt ella siður ger tað ikki til góðan sið, góður siður er tann vanligi atburðurin hjá teimum frægastu í fakinum, og grannskoðaranevndin eins og dómstólarnir kunnu átala møguliga venju, sum ikki er nóg trygg at verða nevnd góður siður. Nevndin heldur, at grannskoðarin hevur rætt í, at svikið er sera avmarkað í mun til tíð og balansuna, og at svikið er framt á slíkan útspekuleraðan hátt, at bert serligu kanningarnar hjá løgregluni til fulnar kundu staðfesta veruliga undandráttin. Brotið hjá grannskoðaranum sæst tí ikki av upphæddini (sum í tølum kann tykjast stór), men av tí økta vandanum fyri sviki, sum avgerðin ikki at átala manglandi funktiónsskilnaðin førdi við sær. Um onki svik hendi, nógv svik hendi, ella um B bert hevði nýtt høvi at vísa, (sum hann segði í rættinum) hvussu nemt tað var er líka mikið. Grannskoðarin hevur givið frágreiðingar og váttanir, sum ikki til fulnar samsvara við góðan sið, og ikki liva upp til starvið sum álitisumboð hjá almenninginum. Grannskoðaranevndin heldur tó ikki, at kærandi hevur rætt í, at kanningar, herundir kassaeftirlit og aðrar kanningar ikki eru framdar, og at váttanir er givnar uttan veruligt grundarlag. Protokollirnar og notatini vísa tvørturímóti at nógv orka er nýtt at grannskoða. Nevndin er samd í niðurstøðuni hjá grannskoðaranum; at grundarlag er ikki fyri at siga, at grannskoðarin ikki hevur gjørt sum hann segði seg hava gjørt; at grannskoðarin hevur gjørt vart við manglandi funktiónsskilnaðin mótvegis leiðsluni; at lagt var upp fyri manglandi skilnaðinum við at stjórarnir fingu allar útgjaldingar til góðkenningar; men samstundis eisini at grannskoðarin átti í protokollini at hava gjørt leiðsluna varuga við avmarkingar í hesum og øðrum innanhýsis eftirliti. Nevndin heldur sum nevnt hartil, at hetta átti at verið at sæð í roknskapinum, at talan var um manglandi funktiónsskilnað, sum tó lagt var upp fyri í øðrum eftirliti. Nevndin heldur eisini at A-loyvi til konti í netbanka í sjálvum sær altíð eiga at verða átalaði. Hesi tykjast tó ikki á nakran hátt at hava verið partur í svikinum, men slíkur vandi er óneyðugur í størri fyritøkum og eigur at verða átalaður. Mistakið er sostatt, at grannskoðarin lat sær lynda tann manglandi funktiónsskilnaðin og tað ikki fult út nøktandi royndina at leggja uppfyri við stjóranna eftirliti, sum tilsamans skaptu vandan fyri sviki. At B so nýtti høvið er harmiligt fyri allar partar, men ikki avgerandi fyri mistakið hjá grannskoðaranum, svikið var lutfalsliga somikið lítið og somikið loynt, at grannskoðanin kann ikki átalast fyri ikki at hava funnið tað. 10

Tá ið nevndin tí skal áseta agarevsing, leggur hon dent á, at misbrotið er avmarkað innihaldsliga, men at sama misbrotið støðugt hevur verið galdandi frá 2006 og frameftir (ta tíð ið nevndin kann meta um). Ein grannskoðari, ið setir til síðis tær skyldur, ið fylgja við starvinum, tá hann fremur uppgávur sambært 1, stk. 2 og 3, kann frá Grannskoðaranevndini fáa eina ávaring ella eina bót upp á í mesta lagi 300.000 kr., sambært 42 stk. 1 í grannskoðaralógini. Nevndin heldur ikki, at brotið er nóg stórt at áleggja bót. Nevndin er samd um, at geva grannskoðaranum eina ávaring vísandi til 42 stk. 1 í grannskoðaralógini. Nevndin ásetir tí: Kærdi, Jógvan Amonsson, statsautoriseret og løggildur grannskoðari, fær eina ávaring frá Grannskoðaranevndini, fyri at seta til síðis tær skyldur, ið fylgja við starvinum í grannskoðanini av A. Úrskurðurin verður almannakunngjørdur á heimasíðuni hjá Skráseting Føroya eftir K. 87/2012 12, stk. 3. Tórshavn, 24. mars 2015 Bárður Larsen, formaður Súni Schwartz Jacobsen Randi Niclasen Steinbjørn í Dali Hermund Jacobsen 11