Løgtingið. Tórshavn, tann 28. oktober 2015

Størrelse: px
Starte visningen fra side:

Download "Løgtingið. Tórshavn, tann 28. oktober 2015"

Transkript

1 Løgtingið. Tórshavn, tann 28. oktober 2015 Vmr. J.Nr.: 15/00029 Viðgjørt: SPS/JD Løgtingsmál nr. /2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg (vinnufelagalógin), og uppskot til løgtingslóg um broyting í vinnufyritøkulógini og uppskot til løgtingslóg um broyting í ársroknskaparlógini (fylgibroytingar). Íverksetarafeløg, lækking av kapitalkravinum fyri smápartafeløg, skráseting av smærri nøgd av handhavapartabrøvum, talgilt samskifti, máltal og politikk fyri kvinnur í leiðsluni fyri partafeløg, striking av rættinum at stovna vinnufeløg við avmarkaðari ábyrgd eftir lógini um ávísar vinnurekandi fyritøkur, frágreiðing í ársfrásøgn um samfelagsábyrgd og um máltal og politikk fyri kvinnur í leiðsluni fyri partafeløg. Uppskot løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um um parta- og smápartafeløg (vinnufelagalógin), uppskot til løgtingslóg um broyting í vinnufyritøkulógini og uppskot til løgtingslóg um broyting í ársroknskaparlógini (fylgibroytingar). til Íverksetarafeløg, lækking av kapitalkravinum fyri smápartafeløg, skráseting av smærri nøgd av handhavapartabrøvum, talgilt samskifti, máltal og politikk fyri kvinnur í leiðsluni fyri partafeløg, striking av rættinum at stovna vinnufeløg við avmarkaðari ábyrgd eftir lógini um ávísar vinnurekandi fyritøkur, frágreiðing í ársfrásøgn um samfelagsábyrgd og um máltal og politikk fyri kvinnur í leiðsluni fyri partafeløg. 1 Í løgtingslóg nr. 73 frá 31. mai 2011 um parta- og smápartafeløg (vinnufelagalógin) verða gjørdar hesar broytingar: 1. Yvirskriftin til lógina Løgtingslóg um parta- og smápartafeløg (vinnufelagslógin) verður broytt til: Løgtingslóg um parta- og smápartafeløg (vinnufelagalógin). 2. I 2, stk. 2, 1. pkt., 38, stk. 3, 41, stk. 4, 1. pkt., 44, stk. 1, 60, stk. 3, 1. pkt., 160, 3. pkt., 181, 4. pkt., og 190, stk. 2, 3. pkt., verður Skráseting Føroya broytt til: kt-skipan Skráseting Føroya. 3. Í 3, stk. 1 verður eftir 2 sett: stk TINGANES POSTSMOGA TÓRSHAVN TELEFON TELEFAX [email protected]

2 4. Í 4, stk. 2 verður broytt til: , verður orðað soleiðis: 5. Eftir hesi lóg galda hesar allýsingar: 1. Partafelag: Kapitalfelag, heruppií partnarafelag, har innskotskapitalur kapitaleigaranna er býttur í partabrøv. Partabrøv kunnu verða boðin almenninginum. Kapitaleigararnir hefta einans við innskoti sínum í felagið. 2. Smápartafelag: Kapitalfelag, har innskotskapitalur kapitaleigaranna er býttur í lutir. Smápartafeløg kunnu ikki bjóða almenninginum kapitallutir. Kapitaleigararnir hefta einans við innskoti sínum í felagið. 3. Dótturfelag: Eitt felag, har eitt móðurfelag hevur avgerandi ávirkan, sbr. 6 og Høvuðsleiðslan: a. Nevndin í feløgum, sum hava eina stjórn og eina nevnd, sbr. 111, stk 1, nr. 1, b. stjórnin í feløgum, sum einans hava stjórn, sbr. 111, stk. 1, nr. 2, og c. stjórnin í feløgum, sum hava bæði stjórn og eftirlitsráð, sbr. 111, stk. 1, nr Evsta leiðslan: a. Nevndin í feløgum, sum hava eina stjórn og eina nevnd, sbr. 111, stk. 1, nr. 1, b. stjórnin í feløgum, sum einans hava stjórn, sbr. 111, stk. 1, nr. 2 og c. eftirlitsráðið í feløgum, sum hava bæði stjórn og eftirlitsráð, sbr. 111, stk. 1, nr Eigaraavtala:Avtala, sum skipar eigara- og leiðsluviðurskiftini í felagnum, og sum er gjørd millum kapitaleigarar. 7. Eigaraprógv: Prógv um ognarrætt yvir einum kapitalparti, sbr. 59 og Eigarabók: Tað yvirlit, sum kapitalfelagið skal føra yvir allar partaeigarar ella smápartaeigarar, sbr Eigaraskrá: Tann skrá, sum Skráseting Føroya førir yvir kapitalpostarnar hjá ávísum kapitaleigarum, sbr Fondslutir: Partabrøv ella lutir, sum verða útgivnir í sambandi við fondsútgávu, sbr Heimstaður:Tann adressan her í landinum, har samband fæst við felagið. 12. Íverksetarafelag: Smápartafelag, sbr. nr. 2, sum ikki hevur ein skrásettan felagskapaital uppá í minsta lagi kr., og sum lýkur treytirnar í 309 a 13. Kapitalpartur: Eitt partabræv ella ein lutur, sbr Kapitaleigari: Ein og hvør sum eigur ein ella fleiri kapitalpartar. 15. Kapitalflokkur: Ein bólkur av kapitalpørtum, har somu rættindi ella skyldur eru galdandi fyri allan bólkin. 16. Kapitalfelag: Eitt smápartafelag, heruppií eitt íverksetarafelag, ella eitt partafelag, heruppií eitt partnarafelag. 17. Samtak: Eitt móðurfelag og dótturfeløg tess, sbr Leiðslan: Allir teir stovnar, sum eru nevndir í nr. 4 og 5. Leiðslulimur kann vera limur í eftirlitsráði, nevnd ella stjórn felagsins. 19. Móðurfelag: Kapitalfelag, sum hevur avgerandi ávirkan á eitt ella fleiri dótturfeløg, sbr. 6 og Multilateralur handelsfasilitetur: 2/159

3 Allýsingin av multilateralum handilsfasiliteti í 40, stk. 1, verður nýtt. 21. Partnarafelag: Kommanditfelag, sbr. 2, stk. 2, í Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhvervsdrivende virksomheder, har kommanditistarnir í felagnum hava skotið inn ein ávísan kapital, sum er býttur í partabrøv, sbr. kapittul Fyribils uppafturtøka: Fyribils uppafturtøka av búnum eftir eitt kapitalfelag, eftir at felagið er strikað í kt-skipan Skráseting Føroya, sbr Reiðarípartafelag: Partafelag, sum rekur reiðaravirksemi, sbr. 112, stk Skrásetingardagseting: Tann dagsetingin, tá rættur kapitaleigara til at luttaka á aðalfundi og greiða atkvøðu í tilknýti til sínar kapitalpartar verður ásettur. 25. Reguleraður marknaður: Allýsingin av einum reguleraðum marknaði í 16, stk. 1, í kongligari fyriskipa nr. 986 frá 11. august 2010 um lgildissetan fyri Føroyar av lóg um virðisbrævahandil o.a. verður nýtt. 26. Umboðaður kapitalur: Kapitalpartar, sum eru umboðaðir á aðalfundinum, og sum annaðhvørt hava atkvøðurætt ella eru uttan atkvøðu, og í viðtøkunum hava fingið umboðanarrætt. 27. Umboðanarrættur:Tann rættur, sum kann verða latin kapitalpørtum uttan atkvøðu at møta á aðalfundinum og luttaka í uppgerðini av tí á aðalfundinum umboðaða partinum av felagskapitalinum. Kapitalpartar við atkvøðurætti hava altíð umboðanarrætt, sbr Felagskapitalur: Tað innskot, sum ábyrging kapitaleigaranna er avmarkað til sbrt. hesi lóg, sbr Landspartafeløg: Eitt partafelag, sum landið hevur sama tilknýti til, sum móðurfelag til dótturfyritøku, sbr. 6 og Eftir kapittul 1 verður sett: Kapittul 1 a: Samskifti. 8 a. Skráseting Føroya kann áseta reglur um, at skrivligt samskifti til og frá Skrásetingini um viðurskifti fevnd av hesi lóg ella reglum givnum sbrt. hesi lóg, skal fara fram talgilt. Stk. 2. Skráseting Føroya kann áseta nærri reglur um talgilt samskifti, heruppií um nýtslu av ávísum talgildum skipanum, serligar talgild formar, og talgilda undirskrift o.a.t. Stk. 3. Talgild fráboðan skal verða mett, at vera komin fram, tá fráboðanin er atkomulig hjá móttakaranum av fráboðanini. 8 b. Skráseting Føroya kann áseta reglur um, at stovnurin kann skriva út avgerðir og onnur skjøl eftir hesi lóg ella reglum givum sbrt. lógini uttan undirskrift, við maskinelt ella á annan hátt endurgivnari undirskrift ella við at nýta tøkni, sum tryggjar eintýdda eyðmerking av tí, sum hevur skrivað út avgerðina ella skjalið. Tílíkar avgerðir og tílík skjøl verða javnsett við avgerðir og skjøl við perrsónligari undirskrift. Stk. 2. Skráseting Føroya kann áseta reglur um, at avgerðir og onnur skjøl, sum einans eru tiknar ella skrivaðar út grundað á elektrónska dataviðgerð, kunnu skrivast út við at einans at nevna Skráseting Føroya sum avsendara. 8 c. Verður tað í hesi lóg ella í reglum givum sbrt. lógini kravt, at skjal, sum onnur enn Skráseting Føroya hava skrivað út, skal verða undirskrivað, kann hetta krav verða lokið við at nýta tøkni, sum tryggjar, at tann sum hevur skrivað út skjalið, verður eintýðugt eyðmerktur, sbr. tó stk. 2. Tílík 3/159

4 skjøl verða javnsett við skjøl við persónligari unndirskrift. Stk. 2. Skráseting Føroya kann áseta nærri reglur um at víkja frá kravinum um undirskrift. Tað kann heruppií ásetast, at víkjast kann frá kravinum um undirskrift fyri ávís sløg av skjølum. 7. Í 9, stk. 1, pkt. 2 verður 12, stk. 2, nr. 1, broytt til: 12, stk. 1,. 8. I 9, stk. 3, pkt. 2 verður 12, stk. 2, nr. 2, broytt l: 12, stk. 2, verður orðað soleiðis: 12. Skráseting Føroya ásetir reglur um fráboðan og skráseting um viðurskifti, sum eru skrásetingarskyldug eftur hesi lóg. Stk. 2. Skráseting Føroya ásetir reglur um almannakunngerðing av skrásetingum, skjølum og fráboðanum o.a. í kt- skipan Skráseting Føroya eftir hesi lóg. Stk. 3. Skráseting Føroya kann áseta reglur um gjøld fyri skrásetingar og útprent o.a., almannakunngerðing, nýtslu av kt- skipan Skráseting Føroya og áminningarskriv o.a. vegna ov seina rindan. Stk. 4. Skráseting Føroya kann áseta reglur um árligt gjald fyri umsiting av vinnufelagaligu reglunum og fyri vetingar, sum ikki eru serliga príssettar. 10. Í 17, stk. 1 verður eftir eru hildnar sett:,heruppií at kapitalgrundarlagið er til steðar. 11. Í 18, stk. 1, 1. pkt., verður yrki strikað verður strikað 13. Í 20 stk. 1, verður eftir tikin av sett: stovnarunum. 14. Í 27, stk. 1, nr. 4, 144, stk. 4, 2. pkt., 156, stk. 2, nr. 3, 225, stk. 1, nr. 4, og 350, stk. 1, nr. 3, verður ársfrásøgn broytt til: ársroknskap o.a. 15. Í 28, nr. 5, verður eftir leiðslustovnar kapitalfelagsins sett: herupií upplýsingar um leiðsluskipan, sum vald er, sbr. 111, og í partafeløgum upplýsing um hægsta ella lægsta og hægsta tal av limum í ymsu leiðslustovnunum og møguligum varðalimum umframt valskeið hjá limunum í evsta leiðslustovninum , stk. 4 verður orðað soleiðis: Stk. 4. Uppskot um at stovna kapitalfelagið við hægri ella lægri felagskapitali enn tilskilað í viðtøkunum kann bert verða viðtikið við samtykki frá øllum stovnarum og kapitalteknarum , stk. 1 verður orðað soleiðis: Tað skal til hvørja tíð verða inngoldið 25 pst. av felagskapitalinum tó í minsta lagi kr. Inngoldið verður í mun til hvønn einstakan kapitalpart. Er yvirkursur ásettur, skal í partafeløgum allur yvirkursurin inngjaldast, hóast ein partur av felagskapitalinum ikki verður inngoldin. Í smápartafeløgum skal møguligur yvirkursur ikki ikki allur inngjaldast, men kann verða partvíst inngoldin við sama lutfalli sum felagskapitalurin. Verður allur ella ein partur av felgagskapitalinum skotin inn við øðrum virðum enn kontantum, sbr. 35, skal allur felagskapitalurin og møguligur yvirkursur tó inngjaldast fult út , stk. 3 verður orðað soleiðis. Stk. 3. Yvirtekur kapitalfelagið í sambandi við stovnanina eina verandi fyritøku skal metingarfrágreiðingin innihalda ein byrjunarjavna fyri kapitalfelagið. Byrjunarjavnin skal verða gjørdur í samsvari við tað regluverk, sum felagið ger ársfrásøgn eftir. Byrjunarjavnin skal vera uttan fyrivarni. Er felagið undir grannskoðanarskyldu eftir ársroknskaparlógini ella aðrari 4/159

5 lóggávu, skal byrjunarjavnin harumframt hava váttan um grannskoðan uttan fyrivarni. 19. Í 38, stk 1, nr. 1 verður Ognum, ið eru mátaðar hvør sær, og sum eru lagdar fram í einum árs- ella samtaksroknskapi fyri undanfarna roknskaparár, og roknskapurin er gjørdur broytt til: Ognum og skyldum (nettognum), ið eru mátaðar til dagsvirðið og eru lagdar fram hvør sær í einum árs- ella samtaksroknskapi fyri undanfarna roknskaparár. Árs- ella samtaksroknskapurin skal verða gjørdur. 20. Í "38, stk. 2, nr. 1, verður ognini og virði hennara broytt til: ognum og skyldum (nettoognum) og virði teirra, , stk. 2, verður orðað soleiðis: Stk. 2. Kapitalfelagið kann ikki skrásetast uttan so, at minst 25 prosent av samlaða kapitalinum, tó í minsta lagi kr, sbr. 4, stk. 2, er inngoldin, sbr. 33, stk. 1, 1. pkt. Um yvirkursur er ásettur, skal allur yvirkursurin vera inngoldin sambært 33, stk. 1. Í sambandi við skráseting ella fráboðan eftir stk. 1, skal sendast inn skjalprógv fyri, at kapitalurin er inngoldin til felagið í seinasta lagi, tá skrásett ella fráboðað verður. 22. Í 40, stk. 6, verður ein avgerandi kapitalpost í einum øðrum kapitalfelagi broytt til: ein avgerandi post av eigarapørtum í einari aðrari fyritøku , stk. 2, verður orðað soleiðis: Stk. 2. Verður kapitalfelag stovnað við dagfesting fyri rættarvirkna, sbr. 40, stk. 3-5, sum liggur eftir dagfestingina av stovningarskjalinum, kann tað í tíðarskeiðinum fram til, at stovnanin av kapitalfelagnum fær rættarvirknað, ikki verða útvegað rættindi ella átiknar skyldur vegna kapitalfelagið verður strikað, og í staðin verður sett. 42. Høvuðsleiðsla kapitalfelagsins hevur ábyrgdina av, at útvegan av ognum frá stovnarum, kapitaleigarum og limum av kapitalfelagsins leiðslu ikki er felagnum, kapitaleigarum ella áognarum at skaða. 42 a. Kapitalfelagsins útvegan av ognum frá stovnara skal góðkennast av aðalfundinum, um 1) útveganin fer fram í tíðini frá dagfestingingini av undirskrift á stovningarskjalið og til 24 mánaðir eftir, at partafelagið er stovnað, og 2) viðurgjaldið samsvarar við í minsta lagi 1/10 av felagskapitalinum. Stk.2. Høvuðsleiðsla kapitalfelagsins skal til nýtslu í sambandi við aðalfundarinnar avgerð um góðkenning gera eina frágreiðing um tær nærri umstøðurnar viðvíkjandi útveganini. 25. Í 43, stk. 1 verður 42, stk. 1 broytt til: 42 a, stk , stk. 1, verður orðað soleiðis: Høvuðsleiðlan skal almannakunngera frágreiðingina, sbr. 42 a, stk. 2, og metingarfrágreiðingina ella leiðsuváttina, sbr. 43, í kt- skipan Skráseting Føroya í seinasta lagi 2 vikur eftir at aðalfundurin hevur góðkent útveganina. 27. Í 44, stk. 2, verður 42 broytt til: 42 a. 28. Í 51, stk. 4, pkt. 2, verður 58, stk. 2 broytt til: 58, stk. 1 og verður orðað soleiðis: 52. Eigarabókin hjá kapitalfelag, sum hevur givið út navnakapitalpartar, skal innihalda hesar upplýsingar, sbr. tó stk. 3: 1) Kapitaleigarans samlaðu goymslur av kapitalpørtum. 5/159

6 2) Kapitaleigarans og og veðhavarans navn og bústað, og, tá tað snýr seg um fyritøkur, skrásetingartal og heimstað, sbr. stk. 2. 3) Dagfesting fyri útvegan, avhendan ella veðseting, heruppií stødd á kapitalpørtunum. 4) Tey atkvøðurættindi, sum er knýtt at kapitalpørtunum. Stk. 2. Er kapitaleigarin ella veðhavarin útlendskur ríkisborgari ella ein útlendskur juridiskur persónur, sbr. 53, stk. 1, skal onnur skjalváttan leggjast við, sum tryggjar eintýddað eyðmerking av kapitaleigaranum ella veðhavaranum. Stk. 3. Fyri partafeløg, sum hava givið út eigaraprógv ella hava givið út partabrøv gjøgnum eina virðibrævamiðstøð, verður stk. 1 og 2 ikki nýtt , stk. 1, 4. pkt., verður orðað soleiðis: Er talan um avhending av kapitalpørtum, er uppskriving ikki kravd, sbr. tó stk Í 53 verður sett sum stk. 4: Stk. 4. Kapitalfelagið, ella tann, sum førir eigarabókina, skal geva eigaraprógnum átekning um, at uppskriving er framd, ella, tá viðtøkurnar áseta hetta, móti deponering av eigaraprógnum, geva út prógv fyri at uppskriving er framd verður orðað soleiðis: Eigarabókin hjá einum partafelag, sum hevur givið út handhavapartabrøv, skal innihalda upplýsing um um raðtalið. 33. Í 55, stk. 3, 2. pkt., verður eftir marknaði sett: ella einum multilateralum handilsfasiliteti. 34. Aftaná 57 verður sett: Skráseting av smærri nøgd av handhavapartabrøvum. 57 a. Tann, sum hevur útvegað sær eitt ella fleiri handhavapartabrøv, sbr. 48, stk. 2, 3. pkt., og sum hevur minni enn 5 prosent av atkvøðurættinum hjá felagskapitalinum ella minni enn 5 prosent av felagskapitalinum, skal í seinasta lagi 2 vikur eftir útveganina skrásetast í ktskipanin Skráseting Føroya, sbr. tó stk. 4. Stk. 2. Skrásetingin sambært stk. 1 skal innihalda upplýsingar um útveganardag, tal av handhavapartabrøvum og fulla navn, bústað og p-tal, ella fyri feløg, v-tal, og heimstað hjá tí, sum útvegar sær handhavapartabrøvini. Um tann, ið útvegar sær handhavapartabrøv, hvørki hevur p-tal ella v-tal, skulu skrásetast aðrar upplýsingar, sum tryggja eina eintýdda eyðmerking av viðkomandi. Stk. 3. Tá ið eitt ella fleiri handhavapartabrøv, sum eru skrásett sambært stk. 1, verða avhendað, skal tað í seinasta lagi 2 vikur eftir avhendanina skrásetast í kt-skipan Skráseting Føroya, at tann, ið hevur avhendað partabrøvini, ikki longur hevur tey, eins og avhendanardagurin skal skrásetast, sbr. tó stk. 4. Stk. 4. Stk. 1 og 3 verða ikki at nýta, um talan er um partabrøv í einum felag, sum hevur partabrøv, ið eru upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði. Stk. 5. Upplýsingar, sum eru skrásettar sambært stk. 1 og 3, kunnu einans latast víðari til aðrar almennar myndugleikar. Upplýsingar kunnu einans latast víðari, um upplýsingarnar eru neyðugar, fyri at almenni myndugleikin kann røkja sínar eftirlitsuppgávur, og um upplýsingarnar verða latnar í samsvari við løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum. Stk. 6. Skráseting Føroya ásetir nærri reglur um skráseting av eigaraupplýsingum um handhavapartabrøv í kt-skipanin Skráseting Føroya, undir hesum eisini reglur um, hvørjar upplýsingar ávikavist útvegarin ella avhendarin sjálvir kunnu ella skulu skráseta í kt- skipanini verður orðað soleiðis: 6/159

7 59. Eitt eigaraprógv fevnir um ein ella fleiri kapitalpartar. Eitt eigaraprógv, sum fevnir um fleiri kapitalpartar, skal tilskila stødd á einstøku kapitalpørtunum ella møgulig áljóðandi virði. Eitt eigaraprógv, sum fevnir um ein ella fleiri kaptalpartar, skal tilskila raðtal hjá einstøku partabrøvunum. 36. Í 60, stk. 1, 2. pkt., verður nr. 6 broytt til: nr Í 60, stk. 4, verður raðtal og stødd ella áljóðandi virði kapitalpartsins broytt til: kapitalpartsins stødd ella áljóðandi virði, og, tá talan er um handhavapartabrøv, harumframt raðtal , stk. 4 verður orðað soleiðis: Stk. 4. Høvuðsleiðslan skal tryggja, at fremjanin av eini kapitallækkan og støddin á kapitallækkanini verður skrásett í eini virðisbrævamiðstøð skjótast til ber, eftir at kapitallækkanin er framd. 39. Í 63, pkt. 2, verður 4 broytt til: 4, stk. 1,. 40. Í 64, stk. 1, pkt. 1, verður,sbr. 7, stk. 1, nr. 2 í lov om værdipapirhandel m.v strikað. 41. Í 67, stk. 1, pkt. 1, verður um kapitalpartar verða avhendaðir broytt til: um kapitalpartar skifta eigarar 42. Í 67, stk. 2, verður slíka dómsviðgerð broytt til: høvuðsdómsviðgerðina verða orðaðar soleiðis: 70. Eigur ein kapitaleigari meira enn 9/10 av kapitalpørtunum í einum kapitalfelag, og hevur eigarin samsvarandi part av atkvøðunum, kann viðkomandi kapitaleigari gera av, at hinir minnilutakapitaleigararnir í kapitalfelagnum skulu lata sínar kapitalpartar útloysa av viðkomandi kapitaleigara. Í tí førinum skulu viðkomandi minnilutakapitaleigarar eftir reglunum um innkalling til aðalfund verða bidnir um innan 4 vikur at avhenda sínar kapitalpartar til útloysandi kapitaleigaran. Við somu freist skal tað harumframt við kunngering í kt-skipan Skráseting Føroya heitast á minnilutakapitaleigararnir um at avhenda sínar kapitalpartar til útloysandi kapitaleigaran. Stk. 2. Treytirnar fyri útloysingini og metingargrundarlagið fyri útloysingarkursinum skulu upplýsast í áheitanini. Harumframt skal upplýsast, at útloysingarkursurin, um semja ikki fæst um hann, verður ásettur eftir reglunum í 67, stk. 3, av einum metingarfólki, ið er tilnevnt av rættinum. Er talan um útloysing í sambandi við eitt framt yvirtøkutilboð eftir reglunum í 8. kapitli í lov om værdipapirhandel m.v., soleiðis sum lógin er sett í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan, galda tær har ásettu reglurnar um prísásetan við útloysingina uttan so, at ein minnilutapartaeigari heitir á útloysandi kapitaleigaran um at fáa metingarfólk at áseta prísin, sbr. tó stk. 4. Innkallingin skal eisini innihalda ta upplýsing, sum er umrødd í stk. 3, 1. pkt. Harumframt skal innkallingin innihalda ummæli frá høvuðsleiðsluni um samlaðu treytirnar fyri útloysingini. At enda skal boðast frá, at kapitalpartarnir, tá ið freistin í stk. 1, 2. pkt., er farin, verða skrivaðir í eigarabók kapitalfelagsins í navni innloysandi kapitaleigarans í samsvari við 72, stk. 1 og 2. Fyrrverandi minnilutakapitaleigararnir, sum nú eru útloystir, varðveita tó rættin at krevja, at eitt metingarfólk ger eina meting, sbr. 72, stk. 3. Somu upplýsingar skulu síggjast í kunngeringini sbrt. stk. 1, 1. pkt. Stk. 3. Um meting metingarfólksins, ella ein avgerð eftir 67, stk. 3, hevur við sær ein hægri útloysingarkurs, enn útloysandi kapitaleigarin hevur bjóðað, er hesin kursur eisini galdandi fyri teir kapitaleigarar í sama flokki, sum ikki 7/159

8 hava biðið um eina meting. Tann, ið hevur biðið um at fáa kursin ásettan, ber útreiðslurnar fyri ásetanini. Hevur ein meting ella ein avgerð við sær ein hægri útloysingarkurs enn tann, ið útloysandi kapitaleigarin hevur bjóðað, kann rætturin, ið hevur tilnevnt metingarfólki, áleggja útloysandi kapitaleigaranum heilt ella partvíst at rinda útreiðslurnar. Stk. 4. Er útloysingin eitt framhald av einum sjálvbodnum tilboði, verður kostnaðurin í øllum førum mettur at vera rímiligur, um tilboðið verður góðtikið, og um tilboðsgevarin hevur fingið í minsta lagi 90 prosent av atkvøðugevandi kapitalinum, sum var fevndur av tilboðnum. Er talan um at útloysa eftir eini tilboðsskyldu, verður mótveitingin í tilboðnum í øllum førum mett at vera rímilig. 71. Hevur ein ognan av partabrøvum í einum kapitalfelagi, sum hevur fingið eitt ella fleiri partabrøv upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði í einum ES/EBS-landi, við sær útloysing eftir 70, stk. 1, ella tilboðsskyldu eftir 31, stk. 1, í lov om værdipapirhandel m.v., sum lógin er sett í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan, vera reglurnar um prísáseting, ið eru ásettar sambært lov om værdipapirhandel m.v., soleiðis sum lógin er sett í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan, at nýta uttan so, at ein minnilutakapitaleigari biður um, at prísurin verður ásettur av einum metingarfólki, sbr. 67, stk. 3. Stk. 2. Er talan um útloysing í sambandi við eitt framt yvirtøkutilboð, sbr. 70, stk. 2, 3. pkt., kann mótveitingin við útloysing vera av sama slagi, sum ásett í upprunaliga yvirtøkutilboðnum frá tilboðsgevara, ella hon kann verða rindað í hondina. Minnilutakapitaleigarar kunnu altíð krevja, at mótveitingin við útloysing verður rindað í hondina. Stk. 3. Umbøn um útloysing í sambandi við eitt framt yvirtøkutilboð, sbr. 70, stk. 2, 3. pkt., skal vera sett fram í seinasta lagi 3 mánaðir eftir, at tilboðstíðarskeiðið í yvirtøkutilboði tilboðsgevarans er runnið. Stk. 4. Skráseting Føroya ásetur reglur um útloysing tilboðsgevaranna av hinum kapitaleigarunum, heruppií hvussu partabrævaognanirnar skulu gerast upp í sambandi við eitt framt yvirtøkutilboð, sbr. 70, stk. 2, 3. pkt. 72.Hava ikki allir minnilutakapitaleigarar innan ta freist, sum ásett er í 70, stk. 1, 2. pkt., avhendað kapitalpartar sínar til útloysandi kapitaleigaran, skal útloysandi kapitaleigarin, skjótast gjørligt og til fyrimuns fyri viðkomandi minnilutakapitaleigarar, uttan fyrivarni deponerað ta útloysingarupphæddina, sum samsvarar við teir kapitalpartar, sum ikki eru avhendaðir, sbr. lov om skyldneres ret til at frigøre sig ved deponering. Stk. 2. Samstundis, sum deponerað verður, verða møgulig eigaraprógv, sum eru útskrivað fyri útloystar kapitalpartar, mett at vera strikað. Høvuðsleiðslan skal tryggja, at nýggj eigaraprógv fáa átekning um, at tey koma ístaðin fyri tey strikaðu eigaraprógvini. Stk. 3. Við nýggjari kunngering í ktskipanin Skráseting Føroya og við eini freist uppá í minsta lagi 3 mánaðir skulu fyrrverandi kapitaleigararnir, sum eru útloystir, kunnast um, at rætturin at krevja, at metingarfólk ger metingina, sbr. 67, stk. 1, er mistur, tá ið freistin er farin. Eisini skal dagfestingin fyri eini møguligari virðismeting ella dómi eftir 67, stk. 3 upplýsast verður orðað soleiðis: 74. Í viðtøkum kapitalfelagsins kunnu vera ásetingar um lækking av felagskapitalinum við útloysing av kapitalpørtum (amortisatión), undir hesum ásetingar um, hvussu amortisatiónin verður framd. Stk. 2. Er tað ásett í viðtøkunum, kann viðurleggingin til kapitaleigararnir, sbr. 8/159

9 stk. 1, fara fram við at útgeva obligatiónir. Stk. 3. Høvuðsleiðslan kann seta í verk amortisatión fyri teir kapitalpartar, sum eru teknaðir eftir, at ásetingarnar um lækking av felagskapitalinum við amortisatión eru tiknar við í viðtøkurnar. Høvuðsleiðslan kann samtykkja neyðugu viðtøkubroytingarnar. Stk. 4. Tá ið kapitalurin verður lækkaður við amortisatión, skal ikki alment heitast á kravánarar kapitalfelagsins um at boða frá krøvum sínum í kt-skipan Skráseting Føroya, um hesar treytir eru loknar: 1. Lækkingin fer fram við at strika fult inngoldnar kapitalpartar. 2. Kapitalpartarnir eru fingnir annaðhvørt uttan viðurgjald ella fyri eitt viðurgjald, sum ikki fer upp um ta upphædd, sum kann nýtast til vinningsbýti, undir hesum við at geva út obligatiónir. 3. Ein upphædd, sum svarar til virðið á strikaðu kapitalpørtunum, verður sett í serligan grunn verður strikað , stk. 4 verður strikað Stk. 5 verður síðani stk verður orðað soleiðis: 84. Í partafeløgum, sum hava partabrøv upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði, verður rættur partaeigarans at luttaka á aðalfundi og at atkvøða í sambandi við partabrøv síni ásettur í mun til tey partabrøv, sum partaeigarin hevur ræði á skrásetingardagsetingina. Stk. 2. Partabrøvini, sum einstaki partaeigarin hevur ræði á, og hansara atkvøðurættindi, verða gjørd upp skrásetingardagsetingina við støði í uppskrivingini av kapitaleigaraviðurskiftunum, sum eru skrásett í eigarabókini, og fráboðanum um eigaraviðurskifti, sum partafelagið hevur fingið við tí endamáli at skriva tey í eigarabókina. Stk. 3. Skrásetingardagsetingin er 1 vika, áðrenn aðalfundurin verður hildin. Stk. 4. Í viðtøkunumkann verða ásett, at lutøkan á aðalfundi hjá einum partaeigara á alfundi skal verða fráboðað partafelagnum í seinasta lagi 3 dagar, áðrenn aðalfundurin verður hildin. Fráboðan um luttøku forðar ikki fyri, at partaeigarin, eftir at fráboðan er gjørd, avgerð at lata seg umboða av fullttrúa. Stk. 5. Í partafeløgum, sum ikki hava partabrøv upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði, og í smápartafeløgum, kann í viðtøkunum vera ásett: 1) Stk. 1 3 verður at nýta á sama hátt. 2) Stk. 2 verður at nýta á sama hátt , pkt. 2, verður strikað, og í staðin verður sett: Egnir kapitalpartar og kapitalpartar í dóttirfelagnum verða ikki roknaðir uppí, tá atkvøðu- og eigarapartar verða gjørd upp. Pkt. 2 er tó ikki galdandi, tá kaptalog eigarapartar verða gjørdir upp eftir Í 88, stk. 1, nr. 3 verður ársfrásøgn broytt til: ársroknskapir o.a. 50. Í 92, stk. 1, pkt. 2 verður 12, stk. 1, pkt. 3 broytt til: 8 c. 51. Í 96 stk. 2 verður 92, stk. 1 ella 5 broytt til. 92, stk Í 98 verður grannskoðað ársfrásøgn broytt til: ársfrásøgnin. 53. Í 104, stk. 2 verður eftir pkt. 1 sett: Í kapitalfeløgum, sum ikki hava partabrøv upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði í einum ES/EBSlandi, kann í viðtøkum kaptalfelagsins verða vikið frá hesum møguleikanum. 9/159

10 54. Í 115, nr. 5 verður fella til gjaldingar, og kapitalfelagið broytt til: fella til gjaldingar, og nevndin. 55. Í 116, nr. 5 verður fella til gjaldingar, og kapitalfelagið broytt til: fella til gjaldingar, og eftrirlitsráðið. 56. Í 118, stk. 2, pkt. 2 verður Kapitalfelagið broytt til: Nevndin , pkt. 2, verður strikað. 58. Í 134, pkt. 2, verður móðurfelagið broytt til: móðurfyritøkan. 59. Í 139, stk. 1, pkt. 1 verður í staðin fyri Áðrenn eitt kapitalfelag, sum hevur partabrøv upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði, sett: Áðrenn eitt partafelag, sum hevur partabrøv upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði ella einum multilateralum handilsfasiliteti Aftaná 139 verður sett í kapittul 7: Máltal og politikk fyri tað undirumboðaða kyni 139 a. Í landspartafeløgum, í feløgum, sum hava kapitalpartar, skuldarinstrument ella onnur virðisbrøv, sum eru upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði í einum ES/EBSlandi, og í stórum kapitalfeløgum, sbr. stk. 2, skal 1) evsta leiðan seta upp máltøl fyri partin av tí undirumboðaða kyninum í evstu leiðsluni og 2) høvuðsleiðslan skal gera ein politikk um at økja um partin av undirumboðaða kynininum á øðrum leiðslustigum í kapitalfelagnum, sbr. tó stk Stk. 2. Stór kapitalfeløg eru feløg, um tvey ár á rað fara upp um tvey av hesum metingarstøðum: 1. Ein javni uppá 143 mió. kr., 2. ein nettoumseting uppá 286 mió kr. og 3. í miðal 250 starvsfólk, sum starvast fulla tíð. Stk. 3. Fyri móðurfeløg, sum gera samtaksroknskap, er nóg mikið, at máltøl verða sett og politikkur gjørdur, sbr. stk. 1, fyri samtakið sum heild. Stk. 4. Eitt dóttirfelag, sum er partur av einum samtaki, kann sleppa undan at seta máltøl og gera politikk, sbr. stk. 1, um móðirfelagið setur máltøl og ger ein politikk fyri alt samtakið. Stk. 5. Tá ið máltøl verða sett, sbr. stk. 1, nr. 1, eru almen partafeløg eisini fevnd av ásetingini í 11, stk. 2, i lov om ligestilling af kvinder og mænd. Stk. 6. Kapitalfeløg, sum seinasta roknskaparárið hava havt færri enn 50 starvsfólk, kunnu sleppa undan at gera ein politikk um at økja um partin av undirumboðaða kyninum á øðrum leiðslustigum í kapitalfelagnum, sbr. stk. 1, nr Í 142, pkt. 1 verður nevndarlimum broytt til: limum til evsta leiðslustovnin. 62. Í 143, nr. 4 verður eftir starvsfólk sett: heruppií reglur um sjálvbodnar skipanir um starvsfólkaumboðan og rættin hjá høvuðsleiðslustovninum at broyta kaptalfelagsins viðtøkur sum avleiðing av hesum , stk. 3 verður orðað soleiðis: Stk. 3. Staðfestir grannskoðarin, at krøv sbrt. stk. 2 ikki eru lokin, skal grannskoðarin gera ein serliga váttan um hetta til aðalfundin uttan so, at felagsins ársfrásøgn skal góðkennast á aðalfundinum, og viðurskiftini eru nevnd í grannskoðaraátekningini á ársfrásøgnina verður orðað soleiðis: 148. Broytingar viðvíkjandi grannskoðara, sum er valdur sbrt. 144, skulu skrásetast í kt- skipan Skráseting 10/159

11 Føroya ella fráboðast Skráseting Føroya, sbr. 9. Um grannskoðaraskifti fer fram, innan starvstíðin er úti, er 10, stk. 2 galdandi. 65. Í 155, stk. 3, nr. 4 verður 158, nr. 5, 6, 9, 10 og 11 broytt til: 158, nr. 2, 6, 7 og , stk. 3 verður orðað soleiðis: Stk. 3. Um avgerðin um kapitalhækkanina skal takast av aðalfundinum, kunnu partaeigararnir í semju avgera at víkja frá stk. 1 og 2. Skal avgerðin um kapitalhækkinina takast av evsta leiðslustovninum eftir heimild frammanundan frá aðalfundinum, sbr. 155, verður stk. 2 nýtt samsvarandi, tá evsti leiðslustovnurin nýtir heimildina. Evsti leiðsustovnurin kann tó taka avgerð um at víkja frá stk. 2 uttan so, at aðalfundurin í sambandi við veitan av heimildini til evsta leiðslustovnin hevur tikið avgerð um, at ikki kann víkjast frá krøvunum um mannagongdir sbrt. stk Í 158, 1. pkt., og nr.1, verður kapitalin ávikavist kapitalurin broytt til avikavist: felagskapitalin og felagskapitalurin. 68. Í 158 verður sum nýtt nummar sett: 2) um tað kann verða inngoldið partvíst,. Nr verður síðani nr , stk. 1, verður orðað soleiðis: 159. Um høvuðsleiðslan nýtir eina heimild, givin sambært 155, at hækka kapitalin við at tekna nýggjar kapitalpartar, skal avgerðin áseta: 1) Ta lægstu og ta hægstu upphædd, sum felagskapitalurin skal kunnað verða hækkaður við, 2) tekningarkurs og stødd ella tal á kapitapørtunum, 3) nær nýggju kapitalpartanir geva rætt til vinningsbýti og onnur rættindi í felagnum, 4) metta kostnaðin av hækkanini, sum kapitalfelagið skal rinda, 5) tekningarfreistina og eina freist, sum í minsta lagi er 2 vikur frá tí, at fráboðan verður send kapitaleigarunum, har kapitaleigararnir skulu nýta fortekningarrætt sín, 6) freistina fyri inngjalding av kapitalpørtunum og reglurnar fyri býtið við yvirtekning av teimum kapitalpørtum, sum ikki eru teknaðir við grundarlagi í fortekningarrætti, 7) um nýggju kapitalpartanir kunnu verða inngoldnir við øðrum virðum enn reiðum peningi, sbr. 160, ella 8) um nýggju kapitalpartarnir kunnu verða inngoldnir við at umleggja skuld, sbr Í 165, stk. 1, verður orðað soleiðis: Kapitalfelagið kann geva út fondspartar við at flyta upphæddir til felagskapitalin, sum í seinastu góðkendu ársfrásøgn felagsins eru bókaðar sum 1) flutt yvirskot, ella 2) tiltakspeningur, undantikið tiltakspeningur sbrt. 35 a og 35 b í ársroknskaparlógini, sbr. tó stk Í 165, stk. 5 verður fráboðað broytt til: skrásett ella fráboðað til skrásetingar , stk. 2, nr. 2 verður strikað. Nr. 3-7 verða síðani nr Í 169, stk. 2, nr. 4, sum verður nr. 3, verður tekningarfreistin broytt til: freistin at tekna kapitalpartar. 74. Í 173, stk. 1 og 2 verður eftir fráboðan sett: til skrásetingar , stk. 1, verður orðað soleiðis: Skráseting av ella fráboðan til skrásetingar um fremjanina av eini kapitalhækkan kann ikki verða skrásett, fyrr enn tann felagskapitalur og 11/159

12 møguligur yvirkursur, ið skal verða inngoldin eftir hesi lóg, sbr. 33, ella eftir viðtøkunum, er inngoldin , stk. 2, verður orðað soleiðis: Stk. 2. Høvuðsleiðsla felagsins hevur ábyrgdina av, at tað ikki verður útbýtt meira enn tað, sum ráðiligt er í mun til fíggjarligu støðu felagsins, og, um talan er um móðurfeløg, fíggjarligu støðu samtaksins, og at útbýtanin ikki er til bága fyri felagið ella kravánarar tess, sbr. 115, nr. 5, og 116, nr. 5. Høvuðsleiðslan hevur harumframt ábyrgdina av at tað, eftir at útbýtan er farin fram, er dekningur fyri tí tiltakspeningi, sum er bundin sambært lóg ella viðtøkum. 77. Í 181 verður eftir pkt. 2 sett: Javnin eftir 36, stk. 3, verður gjørdur sum ein yvirtøkujavni fyri ta avhendaðu fyritøkuna. 78. Í 182, stk. 1, 1. pkt., verður í minsta lagi broytt til: ta fyrstu , stk. 3, verður orðað soleiðis: Stk. 3. Til serligt vinningsbýti eftir stk. 1 og 2 kann bert verða nýttur peningur, sum er fevndar av 180, stk. 2, og yvirskot og fríður tiltakspeningur, sum er íkomin ella sum er vorðin fríður eftir tað tíðarskeið, sum tað síðst er latin ársfrásøgn fyri uttan so, at upphæddin er lutað út, nýtt ella bundin. 80. Í 183, stk. 5, verður sett sum pkt. 4 og 5: Høvuðsleiðslan skal almennakungera váttanina í kt- skipan Skráseting Føroya í seinasta lagi 2 vikur eftir avgerðina um at luta út, sbr. 9, stk. 3. Javnin eftir 36, stk. 3, verður gjørdur sum ein yvirtøkujavni fyri ta avhendaðu fyritøkuna , st. 1, pkt. 2, verður strikað. 82. Í 190, stk. 2, verður eftir pkt. 1 sett. Javnin eftir 36, stk. 3, verður gjørdur sum ein yvirtøkujavni fyri ta avhendaðu fyritøkuna. 83. Í 191, pkt. 2 verður eftir er sett: skrásett ella , stk. 1, verður orðað soleiðis: Við kapitallækkan til útgjald til kapitaleigararnar ella avseting til serligan tiltakspening, sbr. 188, stk. 1, nr. 2 og 3, skal heitast á kravánarar kapitalfelagsins um innan fyri eina freist upp á 4 vikur, at boða felagnum frá krøvum sínum. Hetta verður framt í sambandi við at Skráseting Føroya skrásetir og almannakungunngerð avgerðina um at lækka kapitalin. 85. Í 192, stk. 2 verður teknaður við broytt til: hækkaður við tekning av í minsta lagi , stk. 3 verður strikað verður orðað soleiðis: 193. Tá ið freistin hjá kravánarunum at boða kapitalfelagnum frá krøvum er farin, sbr. 192, kann høvuðsleiðslan avgera, at kapitallækkanin verður framd og annaðhvørt rinda kapitaleigarunum ella seta upphæddina av til serligan tiltakspening, um tað er ráðiligt fremja kapitallækkanina, sbr. 115, nr. 5, 116, nr. 5, og 118, stk. 2, 2. pkt., sbr. tó stk. 4. Stk vikur eftir, at freistin hjá kravánarunum at boða kapitalfelagnum frá krøvum er farin, kann Skráseting Føroya, uttan aðra fyriboðan, skráseta, at kapitallækkanin er framd við annaðhvørt útgjaldi til kapitaleigararnar ella við at seta upphæddina av til serligan tiltakspening uttan so, at felagið frammanundan hevur skrásett ella fráboðað til skrásetingar hjá Skráseting Føroya, at avgerðin um kapitallækkanina skal strikast, sbr. stk. 3, ella at kapitallækkanin skal fremjast við eini seinni skráseting ella fráboðan til skrásetingar til Skráseting Føroya, sbr. tó 12/159

13 stk. 4 og 5. Skráseting Føroya kann áseta reglur um, at ávísar broytingar viðvíkjandi kapitalfelagnum, eftir at avgerðin um kapitallækkan er skrásett, sbr. 191, hava við sær, at avgerðin um kapitallækkan verður strikað, ella at kapitallækkanin verður framd við eini seinni skráseting ella við eini fráboðan til skrásetingar til Skráseting Føroya. Stk. 3. Um ein kapitallækkan við annaðhvørt útgjaldi til kapitaleigararnar ella við at upphæddin verður sett av til serligan tiltakspening ikki kann fremjast í samsvari við tað, sum er almannakunngjørt, sbr. 192, ella um tað ikki er ráðiligt at fremja kapitallækkanina, sbr. 115, nr. 5, 116, nr. 5, og 118, stk. 2, 2. pkt., skal høvuðsleiðslan, áðrenn freistin í stk. 2, 1. pkt., er farin, skráseta ella fráboða til skrásetingar, at avgerðin um kapitallækkan verður strikað. Stk. 4. Ein kapitallækkan til útgjald til kapitaleigararnar ella til avsetan í serligan tiltaksgpenin kann ikki fremjast, um krøv, sum eru fráboðað og fallin til gjaldingar, ikki eru goldin, og um umbiðin trygd ikki er sett fyri ávikavist krøvum, sum ikki eru fallin til gjaldingar, og krøvum, ið ósemja er um. Skráseting Føroya ger av, eftir áheitan frá einum av pørtunum, um ein bjóðað trygd verður mett at vera nøktandi. Stk. 5. Ein kapitallækkan við annaðhvørt útgjaldi til kapitaleigararnar ella við at upphæddin verður sett av til serligan tiltakspening, skal skrásetast ella fráboðast til skrásetingar, sbr. 9, í seinasta lagi innan freistin at senda inn ta ársfrágreiðingina, har avgerðin um kapitallækkanina er, fer, tó í seinasta lagi 1 ár eftir, at avgerðin um kapitallækkanina er tikin. Verður farið út um freistina, missir avgerðin um at gjøgnumføra kapitallækkanina sítt gildi , stk. 1, pkt. 1, verður orðað soleiðis: 197. Útvegar kapitalfelag sær egnar kapitalpartar móti viðurgjaldi, kann hetta bert vera við upphæddum, sum kunnu nýtast til útlutan av vinningsbýti, sbr. 180, stk , stk. 2, verður orðað soleiðis: Stk. 2. Likvidator kann til eina og hvørja tíð verða settur frá av tí, sum hevur valt ella tilnevnt viðkomandi , stk. 1, pkt. 2, verður strikað , stk. 3, verður orðað soleiðis: Stk. 3. Tá avgerð um at fara í likvidatión er tikin í kapitalfelagnum, kunnu ikki fremjast skrásetingar viðvíkjandi kapitalfelagnum, tó burtursæð frá hesum: 1) Broyting av likvidator 2) Broytin av felagsins grannskoðara, um felagið hevur ein slíkan, sum er valdur at grannskoða felagsins ársroknskap o.a. 3) Kapitalhækkan. 4) Broyting av viðtøkunum sum avleiðing av avgerð aðalfundarinnar um at broyta eina fyrr tikna avgerð um grannskoðan av kapitalfelagsins komandi ársroknskapum o.a., um kapitalfelagið ikki er umfatað av grannskoðaraskylduni eftir ársroknskaparlógini ella aðrari lóggavu, sbr. 88, stk. 1, nr. 3. 5) Broyting av felagsins heimstaðadressu til likvidators adressu, um tað er ikki er møguligt at fáa samband við felagið á adressuni higartil, ella um ítøkiligu umstøðurnar í undataksførum tala fyri tí. 6) Uppafturtøka, sbr ) Kloyving, sbr. tó 246, stk. 1, og 247, stk , stk. 1, 1. pkt., verður orðað soleiðis: 221. Við skráseting og almannakunngering í kt-skipan Skráseting Føroya eftir 220, stk. 1, verður heitt á kravánarar felagsins um í seinasta lagi 3 mánaðir frá dagfestingini 13/159

14 av almannakunngerðingini at fráboða krøv síni til likvidator. 93. Í 223, stk. 1, verður 224, stk. 3 broytt til: stk , stk. 1, verður orðað soleiðis: 224. Tá búviðgerðin er endað, kann aðalfundurin taka avgerð um endaliga likvidatión av felagnum. Búviðgerðin skal ikki enda, áðrenn møgulig trætumál sbrt. 221, st. 3, pkt. 2, eru endaliga avgjørd. Likvidatiónsinntøkan kann verða útlutað áðrenn, ella eftir at búviðgerðin er endað, sbr. tó verður orðað soleiðis: 228. Tá Skráseting Føroya hevur tikið avgerð um, at eitt kaptalfelag skal tvingilsavtakst, kann ikki takast avgerð um broytingar av skrásettu viðuskftunum viðvíkjandi felagnum, tó undantikið hesi: 1) Setan av einum likvidator tilnevndur av skiftirættinum, sbr. 227, stk. 3, pkt. 1. 2) Broyting av likvidator tilnevndur av skiftirættinum. 3) Setan av grannskoðara tilnevndur av skiftirættinum, sbr. 227, stk. 3, pkt. 2. 4) Broyting av grannskoðara tilnevndur av skiftirættinum. 5) Uppafturtøka, sbr ) Samanlegging, sbr , sbr. tó stk. 2. 7) Kloyving, sbr , sbr. tó stk. 2. Stk. 2. Avgerð um samanlegging ella kloyving krevur, at skiftirætturin ella tann likvidator, sum skiftirætturinmøguliga hevur tilnevnt, góðkenna hetta. Stk. 3. Um eitt framhaldandi felag í eini samlegging, ella tað móttakandi felagið í eini kloyving, er undir tvingsilsavtøku, kann avgerð um transaktióninina bert takast, um tað samstundis verður tikin avgerð um uppafturtøku av felagnum, sbr verður orðað soleiðis: 229. Í tíðarskeiðnum frá tí, at kapitalfelagið er sent skiftirættinum, og til annaðhvørt likviditator er tilnevndur, ella felagið er avtikið, kann undanfarna leiðsla einans fremja tær dispositiónir, sum eru neyðugar, og sum kunnu fremjast uttan skaða fyri felagið og kravánarar. Stk. 2. Undanfarna leiðsla hevur skyldu til í neyðugan mun at vera skiftirættinum og einum møguligum likvidator til hjálpar við upplýsingum um virksemi felagsins. Tað sama er galdandi fyri møguligan grannskoðara, um skiftirætturin ikki kann fáa upplýsingar til vega frá undanfarnu leiðslu. Leiðslan og grannskoðarin skulu lata skiftirættinum tær upplýsingar, sum eru neyðugar, fyri at skiftirætturin, heruppií eisini ein møguligur likvidator, kann meta um verandi og komandi krøv. Stk. 3. Í samtøkum hevur leiðslan í dótturfeløgum somuleiðis skyldu til at vera skiftirættinum og einum møguligum likvidatori, tilnevndur av skiftirættinum sbrt. stk. 2, til hjálpar, um móðirfelagið verður sent til avtøku. Stk. 4. Skiftirætturin kann kalla inn fyrrverandi limir í leiðsluni og grannskoðara felagsins til fundar í skiftirættinum við tí endamáli at fáa til vega upplýsingar eftir stk. 2 og , stk. 1, verður orðað soleiðis: Um útlutan eftir 223 ikki er byrjað, kunnu kapitaleigarar, við atliti til 106, avgera at taka felagið uppaftur. Tað er ein treyt fyri uppafturtøku, at vald verður leiðsla og møguligur grannskoðari, og at gjørd verður ein váttan frá einum metingarfólki, sbr. 37, um at kapitalurin er til steðar. Felagskapitalurin skal verða niðurskrivaður til ta upphædd, sum er til steðar. Er felagskapitalurin eftir tað 14/159

15 lægri enn kapitalkravið, sbr. 4, stk. 2, skal hann verða hækkaður til í minsta lagi hesa upphædd , stk. 3, verður strikað. 99. Í 232, stk. 1, verður eftir fráboðan sett: til Skráseting Føroya Í 232 verður sett sum stk. 3-5: Stk. 3. Er eitt kapitalfelag latið til tvingsilsavtøku, er tað ein treyt fyri at taka felagið uppaftur, at tey viðurskiftini, sum grundaðu, at felagið varð latið til tvingsilsavtøku, eru rættaði. Rættingin skal verða framd í seinasta lagi samstundis við avgerðina um uppafturtøku, sbr. 231, stk. 1. Skjalprógv um rættaðu viðurskiftini skal latast inn samstundis við fráboðanina, sbr. stk. 1. Hevur kapitalfelagið, tá áheitan um uppafturtøku verður latin inn, enn ikki latið ársfrásøgn fyri roknskaparár, har innlatingarfreistin er farin, er innlatan av hesum ársfrásagnum ein treyt fyri uppafturtøku. Stk. 4. Hevur Skiftirætturin tilnevnt likvidator, skal hesin samtykkja í uppafturtøkuni. Stk. 5. Hevur rætturin tikið avgerð um tvingsilsavtøku, sbr. 230, kann uppafturtøka ikki fara fram Í 233 verður eftir stk. 4 sett: Stk. 5. Eitt kapitalfelag, sum er undir trotabúarviðgerð, kann luttaka í samanleggingum sum tað uppathaldandi felagið, og kann luttaka í kloyvingum sum innskjótandi felagið, um kurator góðtekur tað. Stk. 5 verður síðani stk , stk. 2, 2. pkt., verður strikað , stk. 1, 1. pkt., verður orðað soleiðis: Skiftirætturin kann avgera at búgvið eftir eitt kapitalfelag, sum verður tikið av við gjaldsváttan, sbr. 216, ella sum eftir endaða likvidatión, er strikað í kt- skipan Skráseting Føroya, skal reassumerast, um tað koma fram fleiri ognir at býta út Í 236 verður sett sum pkt. 3: Avhendanirnar kunnu verða framdar, uttan samtykki frá kravánarunum Í 237, stk. 2, verður 248, stk. 2 og 3 broytt til: 248, stk Í 237, stk. 3, nr. 6, verður partabrøv broytt til: kapitalpartar verður orða soleiðis: 238. Høvuðsleiðslan í hvørjum einstøkum av teim verandi kapitalfeløgum, sum luttaka í samanleggingini, skal gera eina skrivliga frágreiðing, har greitt verður frá og grundgivið fyri, sbr. tó stk. 2, ætlaðu samanleggingini, heruppií eini møguligari samanleggingarætlan. Frágreiðingin skal innihalda upplýsing um ásetanina av viðurgjaldinum fyri kapitalpartarnar í teimum uppathaldandi kapitalfeløgunum, heruppií serligir trupulleikar í sambandi við ásetanina, og upplýsing um gerð av metingarfrágreiðing, um hendan skal gerast sbrt Stk. 2. Kapitaleigararnir kunnu í semju gera av, at tað ikki skal gerast ein samleggingarfrágreiðing verður orðað soleiðis: 239. Er samanleggingarætlanin undirskrivað meira enn 6 mánaðir eftir, at roknskaparárið, sum seinasta ársfrásøgn fyri kapitalfelagið viðvíkur, er endað, skal fyri 15/159

16 viðkomandi kapitalfelag, sum luttekur í samanleggingini, gerast ein millumjavni, sbr. tó stk. 4 og 5. Stk. 2. Í eini samanlegging, har gerð av samanleggingarætlan er vald frá, sbr. 237, stk. 2, skal fyri viðkomandi kapitalfelag, sum luttekur í samanleggingini, gerast ein millumjavni, um avgerðin um frával av samanleggingarætlan er tikin meira enn 6 mánaðir eftir at tað roknskaparárið er endað, sum kapitalfelagsins seinasta ársfrásøgn viðvíkur, sbr. tó stk. 4 og 5. Stk. 3. Millumjavnin, sum skal gerast í samsvari við tað regluverk, sum kapitalfelagið ger ársfrásøgn eftir, skal ikki hava eina uppgerðardagseting, sum liggur meira enn 3 mánaðir áðrenn undirskrivingina av ella avgerðina um frával av samanleggingarætlan. Millumjavnin skal verða grannskoðaður, um kapitalfelagið er umfatað av grannskoðaraskyldu eftir ársroknskaparlógini ella aðrari lóggávu. Stk. 4. Kapitaleigararnir kunnu í semju avgera, at millumjavni ikki skal gerast, hóast ein møgulig samanleggingarætlan er undirskrivað meira enn 6 mánaðir eftir, at roknskaparárið, sum seinasta ársfrásøgn fyri felagið viðvíkur, er endað. Stk. 5. Ásetingin í stk. 1 verður ikki nýtt fyri kapitalfeløg, hvørs virðisbrøv eru upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði í einum ES/EBS- landi, og sum hava almannakunngjørt eina hálvársfrásøgn sbrt ársroknskaparlógini, um hálvárfrásøgnin inniheldur ein grannskoðaðan hálvársroknskap fyri felagið, og hálvársfrásøgnin verður gjørd atkomulig fyri felagsins kapitaleigarunum , stk. 2, verður orðað soleiðis: Stk. 2. Metingarfrágreiðingin nýtist ikki at verða gjørd, um tað í staðin verður gjørd eitt metingarmansummæli um ta ætlaðu samanleggingarætlanina, sbr. 241, ella ein metingarmansváttan um støðu kravánaranna, sbr Yvirskriftin áðrenn 241 verður orðað soleiðis Metingarmansummæli um ætlaðu samanleggingina, heruppií um eina møguliga samanleggingarætlan , stk. 1, verður orðað soleiðis: Fyri hvørt kapitalfelag, sum luttekur í samanleggingini, gera eitt ella fleiri óheft metingarfólk skrivligt ummæli av samanleggingarætlanini, heruppií um viðurgjaldið, sbr. stk. 4. Í eini samanlegging, har gerð av samanleggingrætlan er vald frá, sbr. 237, stk. 3, skal metingarfólkið gera eitt skrivligt ummæli av ætlaðu samanleggingini, heruppií um viðurgjaldið, sbr. stk. 4. Kapitaleigararnir kunnu í semju gera av, at tað ikki skal gerast eitt tílíkt ummæli frá metingarfólki um ætlaðu samanleggingina, sbr. pkt. 1 og Yvirskriftin áðrenn 242 verður orðað soleiðis Metingarmansváttan um støðu kravánaranna Í 242 verður orðað soleiðis:, 242. Metingarfólkini skulu, umframt ta í 241 nevndu váttan, harumframt geva eina váttan um, hvørt kravánararnir í einstaka kapitalfelagnum eru tryggjaðir nóg væl eftir samanleggingina í mun til verandi støðu. Kapitaleigararnir kunnu tó í semju avgera, at slík váttan ikki skal gerast um støðu kravánaranna , stk. 1, pkt. 1, verður orðað soleiðis: 16/159

17 Um metingarfólkini í váttan síni um støðu kravánaranna, sbr. 242, koma til ta niðurstøðu, at kravánararnir í einstaka kapitalfelagnum ikki eru tryggjaðir nóg væl eftir samanleggingina, ella er váttan um støðuna hjá kravánarunum ikki gjørd, kunnu kravánarar, hvørs fíggjarkrøv eru stovnað áðrenn almannakunngerðing Skráseting Føroya eftir 244, í seinasta lagi 4 vikur eftir almannakunngerðingina fráboða síni fíggjarkrøv til felagið , stk. 6 verður strikað Yvirskriftin áðrenn 244 verður orðað soleiðis: Innlatan av upplýsingum um ætlaðu samanleggingina, heruppií møgulig samanleggingarætlan og møgulig váttan frá metingarfólki um støðu kravánaranna verður orðað soleiðis: 244. Skráseting Føroya skal í seinasta lagi 4 vikur eftir, at møgulig samanleggingarætlan er undirskrivað, hava móttikið eitt avrit av samanleggingarætlanini, sbr. tó stk. 2. Verður farið út um freistina, kann móttøkan av samanleggingarætlanini ikki almannakunngerast, og samanleggingin kann tí ikki samtykkjast. Stk. 2. Hava luttakandi feløgini nýtt møguleikan at frávelja gerð av samanleggingarætlan, sbr. 237, stk. 2, skal hetta fráboðast Skráseting Føroya við tilskilan av navni og skrásetingarnummari á teimum luttakandi feløgunum. Stk. 3. Váttanin frá metingarfólki um støðu kravánaranna, sbr. 242, pkt. 1, skal sendasst inn til Skráseting Føroya, sbr. tó stk. 4. Stk. 4. Er møguleikin nýttur at frávelja gerð av váttan frá metingarfólki um støðu kravánaranna, skal hetta fráboðast Skráseting Føroya við tilskilan av navni og skrásetingarnummari á teimum feløgum, sum luttaka í samanleggingini. Stk. 5. Upplýsingar og møgulig skjøl, sum Skráseting Føroya fær, sbr. stk. 1-4, verða almannakunngjørdir í kt- skipan Skráseting Føroya. Um kravánarnir hava rætt at fráboða síni krøv, sbr. 243, inniheldur almannakunngerðing Skráseting Føroya upplýsing um hetta. Stk. 6. Skráseting Føroya kann áseta nærri reglur um almannakunngerðing hjá kapitalfeløgum av møguligari samanleggingarætlan og møguligum tilhoyrandi skjølum verður orðað soleiðis: 245. Avgerð um at fremja eina samanlegging kann í fyrsta lagi takast 4 vikur eftir, at Skráseting Føroya, sbr. 244, stk. 5, hevur almannakunngjørt móttøkuna av upplýsingum um ætlaðu samanleggingina, sbr. tó stk. 2 og 3. Um almannakunngjørt er viðvíkjandi 244, stk. 1 og 2, og viðvíkjandi 244, stk. 3 ella 4, hvør sær, verður freistin í 1. pkt. roknað frá seinnu almannakunngeringini. Stk. 2. Er talan um eina samanlegging, har einans smápartafeløg luttaka, og um metingarfólkini í váttan síni um støðu kravánaranna, sbr. 242, meta, at kravánararnir í einstaka smápartafelagnum eru tryggjaðir á nøktandi hátt eftir samanleggingina, kunnu smápartaeigararnir, eftir at Skráseting Føroya hevur almannakunngjørt móttøkuna av upplýsingum um ætlaðu samanleggingina sbrt. 244, stk. 5, semjast um at víkja frá freistini eftir stk. 1. Stk. 3. Í eini samanlegging, har eingin samanleggingarætlan er, sbr. 237, stk. 2, verður ikki kravt, at Skráseting Føroya skal hava almannakunngjørt eftir 244, stk. 5, áðrenn smápartaeigararnir kunnu avgera at fremja samanleggingina, um metingarfólk hava gjørt eina váttan um støðu kravánaranna, sbr. 242, og um metingarfólkini í váttan síni um støðu kravánaranna meta, at kravánararnir í einstaka smápartafelagnum eru nóg væl tryggjaðir eftir samanleggingina. 17/159

18 Stk. 4. Um tað uppathaldandi kapitalfelagið hevur endað eitt roknskaparár, áðrenn rættindi og skyldur hjá uppathaldandi kapitalfelagnum roknskaparliga verða mett at vera farin yvir til framhaldandi kapitalfelagið, og aðalfundurin ikki enn hevur góðkent ársfrásøgnina fyri hetta roknskapartíðarskeið, skal aðalfundurin góðkenna ársfrásøgnina fyri hetta roknskapartíðarskeiðið í seinasta lagi samstundis, sum samtykt er at fremja samanleggingina. Stk. 5. Kravánarar, sum biðja um tað, skulu hava upplýsing um, nær avgerð verður tikin um møguliga fremjan av samanleggingini. Stk. 6. Fremjanin av samanleggingini skal vera í samsvari við samanleggingarætlanina, um ein samanleggingarætlan er gjørd. Verður samanleggingin ikki samtykt í samsvari við eina møguligt almannakunngjørda samanleggingarætlan, verður uppskotið mett sum fallið burtur. Stk. 7. Hesi skjøl skulu, um tey eru gjørd, vera tøk hjá kapitaleigarunum á heimstaði felagsins ella á heimasíðu felagsins í seinasta lagi 4 vikur undan, at avgerð um at fremja eina samanlegging skal takast uttan so, at kapitaleigararnir í semju avgera, at skjølini ikki skulu leggjast fyri kapitaleigararnar undan aðalfundin ella á aðalfundinum, sbr. tó stk. 8: 1. Samanleggingarætlanin. 2. Fyri hvørt av verandi kapitalfeløgunum ársfrásagnirnar fyri 3 tey seinastu roknskaparárini, ella fyri ta tíð, sum felagið hevur verið til. 3. Samanleggingarfrágreiðing. 4. Millumjavni. 5. Metingarfrágreiðing um apportinnskot. 6. Ummæli metingarfólksins av samanleggingini, heruppií av eini møguligari samanleggingarætlan. 7. Váttan metingarfólksins um støðuna hjá kravánarunum. Stk. 8. Kapitaleigarar, sum biðja um tað, skulu uttan gjald hava atgongd til tey skjøl, sum eru nevnd í stk Í 246, stk. 3, og 247, stk. 2, verður samanleggingarætlan broytt til: upplýsingar um ætlaðu samanleggingina, heruppií eina møguliga samanlegginarætlan Í 247, stk. 1, verður sum pkt. 2 sett. Er kapitalfelagið undir likvidatión, kann avgerð um samanlegging bert verða tikin, um útlutan til kapitaleigararnar enn ikki er byrjað, og aðalfundurin samstundis tekur avgerð um uppafturtøku av felagnum, sbr Í 248, verður eftir stk. 1, sett sum nýtt stykki: Stk. 2. Í eini samanlegging, har gerð av samanleggingarætlan er vald frá, sbr. 237, stk. 2, skulu høvuðsleiðslurnar upplýsa um hendingar av týðandi týdningi, heruppií týðandi broytingar í aktivum og skyldum, sum eru farnar fram í tíðini millum fíggjarjavnadagin í ársfrásøgnini, sum felagið seinast hevur latið, og aðalfundin. Stk. 2 og 3 verða síðani stk. 3 og , stk. 2, sum verður stk. 3, verður orðað soleiðis: Stk. 3. Í eini samanlegging, har tað bert luttaka smápartafeløg, skal tað í sambandi við, at tað verður samtykt, at samanleggingin skal fremjast, eisini takast støða til fylgjandi viðurskifti, uttan so at viðkomandi upplýsingar síggjast í eini møguligari samanleggingarætlan, sbr. 237: 1. Navn á smápartafeløgunum og møgulig hjánøvn, heruppií um navnið ella hjánavnið á einum uppathaldandi felagið sum navn ella hjánavn skal vera í hjá tí framhaldandi felagnum. 18/159

19 2. Viðurlagið fyri smápartarnar í einum uppathaldandi felagið. 3. Tíðina tá smápartarnir, sum møguliga verða veittir sum viðurlag, geva rætt til útbýti. 4. Tíðina tá rættindi og skyldur hjá einum uppathaldandi felagið roknskaparliga skulu metast at vera farnar yvir. 5. Viðtøkur, sbr. 28 og 29, um tað við samanleggingini verður skapt eitt nýtt smápartafelag Í 248, stk. 3, sum verður stk. 4, verður krøvini í stk. 2 broytt til: krøvini í stk Í 249, stk. 3, verður ætlanini broytt til: ætlaðu samanleggingini verður orðað soleiðis: 250. Samanleggingin verður at meta sum framd, og eitt uppathaldandi kapitalfelag verður at meta sum avtikið, og rættindi og skyldur tess verða at meta sum farin yvir til tað framhaldandi kapitalfelagið í síni heild, sbr. tó stk. 2, tá: 1. Samanleggingin er avgjørd í øllum teimum verandi feløgunum, sum luttaka í samanleggingini. 2. Krøv hjá kravánarunum, ið eru fráboðað eftir 243, eru avgjørd. 3. Kravið hjá kapitaleigarunum um samsýning eftir 249 er avgjørt, ella tá nøktandi trygd er veitt fyri kravinum. Hava metingarfólk ummælt ætlaðu samanleggingina, heruppií eisini viðurgjaldið, og verður tað í ummælinum mett, at viðurgjaldið er rímiliga og sakliga grundað, skulu metingarfólkini harumframt hava váttað, at tað í avgerandi mun ikki fer at verða funnist at ummæli teirra um viðurgjaldið. Metingarfólkini gera av, um trygdin er nøktandi. 4. Treytirnar í stk. 6 um val av leiðslu og grannskoðara eru loknar. 5. Stjórn er sett, um tað sum partur av samanleggingini verður skipað eitt nýtt kapitalfelag, sum skal hava eina leiðsluskipan, har evsta leiðslan annaðhvørt er ein nevnd ella eitt eftirlitsráð, sbr. 111, stk. 1. Stk. 2. Um rættindi og skyldur hjá uppathaldandi kapitalfelagnum roknskaparliga verða mett at vera farin yvir til framhaldandi kapitalfelagið eftir, at avgerðin um at fremja samanleggingina er tikin, fær samanleggingin rættarvirknað, sbr. 2. og 3. pkt., tá ið roknskaparligi virknaðurin tekur við. Roknskaparligi virknaðurin kann ikki taka við seinni enn 2 vikur eftir avgerðina um fremja samanleggingina, tó ikki eftir, at samanleggingin er skrásett ella fráboðað til skrásetingar. Fyri luttakandi kapitalfeløgini skulu bæði roknskaparligi virknaðurin og avgerðin um at fremja samanleggingina ávikavist fáa virknað og verða tikin í sama roknskaparári. Stk. 3. Tá treytirnar eftir stk. 1 og 2 eru loknar, verða teir kapitaleigarar í einum uppathaldandi kapitalfelag, sum fáa viðurgjald við kapitalpørtum, kapitaleigarar í framhaldandi kapitalfelagnum. Stk. 4. Viðurgjald kann ikki veitast fyri kapitalpartar í einum uppathaldandi kapitalfelag, sum er ogn hjá kapitalfeløgunum, sum leggja saman. 31 og 153, stk. 2 verða at nýta samsvarandi við samanlegging. Stk. 5. Kapittul 3 um stovnan, kapittul 10 um at hækka kapitalin og kapittul 14 um at avtaka kapitalfelagið verða ikki at nýta í sambandi við eina samanlegging uttan so, at tað skilst á ásetingunum um samanlegging, sbr Stk. 6. Verður eitt nýtt kapitalfelag skapað við samanleggingini, og verða høvuðsleiðsla og grannskoðari 19/159

20 ikki vald beint eftir, at aðalfundurin hevur samtykt samanleggingina, skal í seinasta lagi 2 vikur eftir hetta verða hildin aðalfundur í nýggja kapitalfelagnum, har evsta leiðsla og møguligur grannskoðari verða vald. Aðalfundurin skal harumframt taka avgerð um, hvørt komandi ársroknskapir kapitalfelagsins skulu verða grannskoðaðir, um kapitalfelagið ikki er fevnt av grannskoðanarskylduni eftir ársroknskaparlógini ella aðrari lóggávu , stk. 1 og 2 verða orðað soleiðis: Samtykta samanleggingin skal fyri hvørt kapitalfelag verða skrásett ella fráboðað til skrásetingar, sbr. 9, hjá Skráseting Føroya í seinasta lagi 2 vikur eftir, at samanleggingin er samtykt í øllum teimum framhaldandi feløgunum, sum luttaka í samanleggingini. Framhaldandi kapitalfelagið kann skráseta ella fráboða samanleggingina vegna luttakandi kapitalfeløgini. Við skrásetingini ella fráboðanini skulu vera skjølini, nevnd í 245, stk. 7, nr. 3-7, um tey eru gjørd. Samtykta samanleggingin kann í fyrsta lagi vera skrásett, tá samanleggingin hevur fingið rættarvirknað eftir 250, stk. 1 og 2. Stk. 2. Samtykta samanleggingin skal verða skrásett ella fráboðað til skrásetingar, sbr. 9, í seinasta lagi tá ið freistin at senda inn ársfrásøgnina fyri tað tíðarskeið, tá samanleggingin fær roknskaparligan virknað, fer, tó í seinasta lagi 1 ár eftir, at Skráseting Føroya sambært 244, stk. 5, hevur almannakunngjørt móttøkuna av upplýsingum um ætlaðu samanleggingina. Verður farið út um aðra av hesum freistum, er avgerðin um at fremja samanleggingina ikki longur galdandi, og ein møgulig samanleggingarætlan eftir 237 verður mett at vera fallin burtur Í 252, 2. pkt., verður 238 og strikað Í 253 verður 244, stk. 1, 1. og 2. pkt., og stk. 2, 1. pkt., broytt til: 244, stk. 1, 2 og 5, Í 254, stk. 1, verður nýstovnaði parta- ella smápartafeløg broytt til: nýggj parta- ella smápartafeløg, sum verða skapt í sambandi við at kloyvingin verður framd, og nýstovnaði kapitalfeløg broytt til: nýggj kapitalfeløg, sum verða skapt í sambandi við at kloyvingin verður framd Í 254, stk. 2, verður tá kloyvingarætlanin varð almannakunngjørd til: tá Skráseting Føroya almannakunngerð, sbr. 262, stk. 5, viðvíkjandi 262, stk. 1 ella , stk. 3, verður orðað soleiðis: Stk. 3. Um eitt ella fleiri av móttakandi kapitalfeløgunum í eini kloyving verða skapað sum liður í eini aðrari kloyving ella samanlegging, sum ikki er framd, skal hetta síggjast í kloyvingarætlanini, sbr. 255, ella um so er, at kloyvingarætlanin er vald frá, síggjast av avgerðini um samtyktina av kloyvingini, sbr Ein kloyving til nýggj móttakndi kapitalfeløg, sum verða skapað sum liður í eini aðrari kloyving ella samanlegging, skal verða framd í beinleiðis framhaldi av tí kloyving ella samanlegging, sum nýggju feløgini verða skapað sum liður í, sbr Í 255, stk. 2, verður 266, stk. 2 og 3 broytt til: 266, stk. 2, 3 og Í 255, stk. 5 og 6, verður eftir stk. 3, nr. 3 sett: ella 266, stk /159

21 verður orðað soleiðis: 256. Høvuðsleiðslan í teim verandi kapitalfeløgum, sum luttaka í kloyvingini, skal gera eina skrivliga frágreiðing, har greitt verður frá og grundgivið fyri ætlaðu kloyvingini, heruppií ein møgulig kloyvingarætlan, sbr. tó stk. 2. Frágreiðingin skal innihalda upplýsing um ásetanina av viðurgjaldinum fyri kapitalpartarnar í tí innskjótandi kapitalfelagnum, heruppií serligir trupulleikar í sambandi við ásetanina og upplýsing um gerð av metingarfrágreiðing, um hendan sbrt. 258 skal gerast. Stk. 2. Kapitaleigararnir kunnu í semju avgera, at kloyvingarfrágreiðing ikki skal gerast verður orðað soleiðis: 257. Er kloyvingarætlanin undirskrivað meira enn 6 mánaðir eftir, at roknskaparárið, sum seinasta ársfrásøgn fyri kapitalfelagið viðvíkur, er endað, skal, fyri viðkomandi kapitalfelag, sum luttekur í kloyvingini, gerast ein millumjavni, sbr. tó stk. 4. Stk. 2. Í eini kloyving, har gerð av kloyvingarætlan er vald frá, sbr. 255, stk. 2, skal fyri viðkomandi kapitalfelag, sum luttekur í kloyvingini, gerast ein millumjavni, um avgerðin um frával av kloyvingarrætlan er tikin meira enn 6 mánaðir eftir at tað roknskaparárið er endað, sum kapitalfelagsins seinasta ársfrásøgn viðvíkur, sbr. tó stk. 4 og 5. Stk. 3. Millumjavnin, sum skal gerast í samsvari við tað regluverk, sum kapitalfelagið ger ársfrásøgn eftir, skal ikki hava eina uppgerðardagseting, sum liggur meira enn 3 mánaðir áðrenn undirskrivingina av ella avgerðina um frával av kloyvingarætlan. Millumjavnin skal verða grannskoðaður, um kapitalfelagið er umfatað av grannskoðaraskyldu eftir ársroknskaparlógini ella aðrari lóggávu. Stk. 4. Kapitaleigararnir kunnu í semju avgera, at millumjavni ikki skal gerast, hóast ein møgulig kloyvingarætlan er undirskrivað meira enn 6 mánaðir eftir, at roknskaparárið, sum seinasta ársfrásøgn fyri felagið viðvíkur, er endað. Stk. 5. Ásetingin í stk. 1 verður ikki nýtt fyri kapitalfeløg, virðisbrøv eru upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði í einum ES/EBS- landi, og sum hava almannakunngjørt eina hálvársfrásøgn sbrt ársroknskaparlógini, um hálvárfrásøgnin inniheldur ein grannskoðaðan hálvársroknskap fyri felagið, og hálvársfrásøgnin verður gjørd atkomulig fyri felagsins kapitaleigarunum Í 258 verður eftir stk. 1 sett sum nýtt stk.: Stk. 2. Metingarfrágreiðingin nýtist ikki at verða gjørd, um tað í staðin verður gjørd eitt ummæli frá metingarfólki um tað ætlaðu kloyvingina, sbr. 259, ella gjørd ein váttan frá metingarfólki, sbr Stk. 2 og 3 verða síðani stk. 3 og Yvirskriftin áðrenn 259 verður orðað soleiðis: Um ummæli frá metingarfólki um ætlaðu kloyvingina, heruppií um eina møguliga kloyvingarætlan , stk. 1, verður orðað soleiðis: Fyri hvørt kapitalfelag, sum luttekur í kloyvingini, gera eitt ella fleiri óheft metingarfólk skrivligt ummæli av kloyvingarætlanini, heruppií um viðurgjaldið, sbr. stk. 4. Í eini samanlegging, har gerð av kloyvingarætlan er vald frá, sbr. 255, stk. 2, stk. 3, skal metingarfólkið gera eitt skrivligt ummæli av ætlaðu kloyvingina, heruppií um viðurgjaldið, sbr. stk. 4. Kapitaleigararnir kunnu í semju gera av, at tað ikki skal gerast eitt tílíkt ummæli frá metingarfólki um ætlaðu kloyvingina, sbr. 1. og 2. pkt , 1. pkt., verður eftir eftir kloyvingina sett: í mun til felagsins verandi støðu. 21/159

22 , stk. 1, 1. pkt., verður orðað soleiðis: Um metingarfólkini í váttan síni um støðu kravánaranna, sbr. 260, koma til ta niðurstøðu, at kravánararnir í einstaka kapitalfelagnum ikki eru tryggjaðir nóg væl eftir kloyvingina, ella er váttan um støðuna hjá kravánarunum ikki gjørd, kunnu kravánarar, hvørs fíggjarkrøv eru stovnað áðrenn almannakunngerðing Skráseting Føroya eftir 262, í seinasta lagi 4 vikur eftir almannakunngerðingina fráboða síni fíggjarkrøv til felagið , stk. 6, verður strikað Yvirskriftin áðrenn 262 verður orðað soleiðis: Innlatan av upplýsingum um ætlaðu kloyvingina samanleggingina, heruppií møgulig kloyvingarætlan og møgulig váttan frá metingarfólki um støðu kravánaranna verður orðað soleiðis: 262. Skráseting Føroya skal í seinasta lagi 4 vikur eftir, at møgulig kloyvingarætlan er undirskrivað, hava móttikið eitt avrit av kloyvingarætlanini, sbr. tó stk. 2. Verður farið út um freistina, kann móttøkan av kloyvingarætlanini ikki almannakunngerast, og kloyvingin kann tí ikki samtykkjast. Stk. 2. Hava luttakandi kapitalfeløgini avgjørt ikki at gera eina kloyvingarætlan, sbr. 255, stk. 2, skal boðast Skráseting Føroya frá hesum saman við upplýsingum um nøvn og v-tøl hjá luttakandi kapitalfeløgunum. Stk. 3. Váttan frá metingarfólkunum um støðu kravánaranna, sbr. 260, 1. pkt., skal sendast Skráseting Føroya, sbr. tó stk. 4. Stk. 4. Er møguleikin, at velja váttan frá metingarfólkunum um støðu kravánarannar frá, brúktur, sbr. 260, 2. pkt., skal boðast Skráseting Føroya frá hesum saman við upplýsingum um nøvn og v-tøl hjá kapitalfeløgunum, sum luttaka í kloyvingini. Stk. 5. Móttøkan av teimum skjølunum, sum eru nevnd í stk. 1-4, verður almannakunngjørd í kt-skipan Skráseting Føroya. Hava kravánararnir rætt at fráboða krøv síni, sbr. 261, skal hetta upplýsast í almannakunngeringini frá Skráseting Føroya. Stk. 6. Skráseting Føroya kann áseta nærri reglur, tá ið kapitalfeløg almannakunngera møguliga kloyvingarætlan og møgulig skjøl, ið fylgja við verður orðað soleiðis: 263. Avgerðin um at fremja eina kloyving kann í fyrsta lagi takast 4 vikur eftir, at Skráseting Føroya, sbr. 262, stk. 5, hevur almannakunngjørt móttøkuna av upplýsingum um ætlaðu kloyvingina, sbr. tó stk. 2 og 3. Um almannakunngjørt er viðvíkjandi 262, stk. 1 ella 2, og viðvíkjandi 262, stk. 3 ella 4, hvør sær, verður freistin í 1. pkt. roknað frá seinnu almannakunngeringini. Stk. 2. Er talan um eina kloyving, har einans smápartafeløg luttaka, og um metingarfólkini í váttan síni um støðu kravánaranna, sbr. 260, meta, at kravánararnir í einstaka kapitalfelagnum eru tryggjaðir á nøktandi hátt eftir kloyvingina, kunnu smápartaeigararnir semjast um, eftir at Skráseting Føroya, sbr. 262, stk. 5, hevur almannakunngjørt móttøkuna av upplýsingum um ætlaðu kloyvingina, at víkja frá freistini eftir stk. 1. Stk. 3. Í eini kloyving, har eingin kloyvingarætlan er gjørd, sbr. 255, stk. 2, verður ikki kravt, at Skráseting Føroya skal hava almannakunngjørt eftir 262, stk. 5, áðrenn smápartaeigararnir kunnu avgera at fremja kloyvingina, um metingarfólk hava gjørt eina váttan um støðu kravánaranna, sbr. 260, og um metingarfólkini í váttan síni um støðu kravánaranna meta, at kravánararnir í einstaka smápartafelagnum er tryggjaðir á nøktandi hátt eftir kloyvingina. 22/159

23 Stk. 4. Um tað innskjótandi kapitalfelagið heldur uppat sum liður í kloyvingini og hevur endað eitt roknskaparár, áðrenn rættindi og skyldur hjá innskjótandi kapitalfelagnum roknskaparliga verða mett at vera farin yvir til móttakandi feløgini, og aðalfundurin ikki enn hevur góðkent ársfrásøgnina fyri hetta roknskapartíðarskeið, skal aðalfundurin góðkenna ársfrásøgnina fyri hetta roknskapartíðarskeið í seinasta lagi samstundis, sum samtykt er at fremja kloyvingina. Stk. 5. Kravánarar, sum biðja um tað, skulu hava upplýsing um, nær avgerð verður tikin um møguliga fremjan av kloyvingini. Stk. 6. Fremjanin av kloyvingini skal vera í samsvari við kloyvingarætlanina, um ein kloyvingarætlan er gjørd. Verður kloyvingin ikki samtykt í samsvari við eina møguliga almannakunngjørda kloyvingarætlan, verður uppskotið mett sum fallið burtur. Stk. 7. Hesi skjøl skulu, um tey eru gjørd, vera tøk hjá kapitaleigarunum á heimstaði felagsins ella á heimasíðu felagsins í seinasta lagi 4 vikur undan, at avgerð um at fremja eina kloyving skal takast uttan so, at kapitaleigararnir í semju avgera, at skjølini ikki skulu leggjast fyri kapitaleigararnar undan aðalfundin ella á aðalfundinum, sbr. tó stk. 8: 1) Kloyvingarætlanin. 2) Fyri hvørt av verandi kapitalfeløgunum ársfrásagnirnar fyri 3 tey seinastu roknskaparárini, ella fyri ta tíð, sum felagið hevur verið til. 3) Kloyvingarfrágreiðing. 4) Millumjavni. 5) Metingarfrágreiðing um apportinnskot. 6) Ummæli metingarfólksins av ætlaðu kloyvingini, heruppií av eini møguligari kloyvingarætlan. 7) Váttan metingarfólksins um støðuna hjá kravánarunum. Stk. 8. Kapitaleigarar, sum biðja um tað, skulu uttan gjald hava atgongd til tey skjøl, sum eru nevnd í stk Í 265, stk. 1, verður sett sum 2. pkt.: Er eitt kapitalfelag í likvidatión, kann avgerð um kloyving bert verða tikin, um útlutan til kapitaleigararnar enn ikki er byrjað og aðalfundurin samstundis tekur avgerð um uppafturtøku av felagnum, sbr Í 265, stk. 2, verður kloyvingarætlanin broytt til: Upplýsingar um ætlaðu kloyvingina, heruppií eina møguliga kloyvingarætlan Í 266 verður eftir stk. 1 sett sum nýtt stykki: Stk. 2. Í eini kloyving, har gerð av kloyvingarætlan er vald frá, sbr. 255, stk. 2, skulu høvuðsleiðslurnar upplýsa um hendingar av týðandi týdningi, heruppií týðandi broytingar í aktivum og skyldum, sum eru farnar fram í tíðini millum fíggjarjavnadagin í ársfrásøgnini, sum felagið seinast hevur latið, og aðalfundin. Stk. 2 og 3 verða síðani stk. 3 og , stk. 2, sum verður stk. 3, verður orðað soleiðis: Stk. 3. Í eini kloyving, har tað bert luttaka smápartafeløg, skal tað í sambandi við, at tað verður samtykt, at kloyvingin skal fremjast, eisini takast støða til fylgjandi viðurskifti, uttan so at viðkomandi upplýsingar síggjast í eini møguligari kloyvingarætlan, sbr. 255: 1) Navn á smápartafeløgunum og møgulig hjánøvn, heruppií um navn ella hjánavn hjá innskjótandi felagnum skulu verða tikin upp sum hjánavn fyri eitt móttakandi felag. 2) Býtið av teimum ognum og skyldum, sum fara yvir ella verða verandi í smápartafeløgunum, sum luttaka í kloyvingini. 23/159

24 3) Viðurlagið fyri smápartarnar í tí innskjótandi felagnum, heruppií býtið av hesum. 4) Nær teir kapitalpartar, sum møguliga verða latnir sum viðurgjald, geva rætt til vinningsbýti. 5) Nær rættindi og skyldur í innskjótandi smápartafelagnum roknskaparliga eru at meta sum farin yvir. 6) Viðtøkur, sbr. 28 og 29, um nýtt smápartafelag verður skapt við kloyvingini Í 266, stk. 3, sum verður stk. 4, verður krøvini í stk. 2 broytt til: krøvini í stk Í 267, stk. 3, verður ætlanina, heruppií viðurgjaldið, sbr. 241, broytt til: ætlaðu kloyvingina, heruppií viðurgjaldið, sbr verður orðað soleiðis: 268. Kloyvingin verður at meta sum framd, og rættindi og skyldur hjá innskjótandi kapitalfelagnum verða at meta sum farin yvir til móttakandi kapitalfeløgini, sbr. tó stk. 2, tá: 1) Kloyvingin er samtykt í øllum framhaldandi feløgunum, sum luttaka í kloyvingini. 2) Krøv hjá kravánarunum, ið eru fráboðað eftir 261, eru avgjørd. 3) Kravið hjá kapitaleigarunum um samsýning eftir 267 er avgjørt, ella tá nøktandi trygd er veitt fyri kravinum. Hava metingarfólk ummælt ætlaðu kloyvingina, heruppií eisini viðurgjaldið, og verður tað í ummælinum mett, at viðurgjaldið er rímiliga og sakliga grundað, skulu metingarfólkini harumframt hava váttað, at tað í avgerandi mun ikki fer at verða funnist at ummæli teirra um viðurgjaldið. Metingarfólkini gera av, um trygdin er nøktandi. 4) Treytirnar í stk. 6 um val av leiðslu og grannskoðara eru loknar. 5) Stjórn er sett, um tað við kloyvingini verða skipað eitt ella fleiri nýggj kapitalfeløg, sum skulu hava eina leiðsluskipan, har evsta leiðslan annaðhvørt er ein nevnd ella eitt eftirlitsráð, sbr. 111, stk. 1. Stk. 2. Um rættindi og skyldur hjá innskjótandi kapitalfelagnum roknskaparliga verða mett at vera farin yvir til móttakandi kapitalfeløgini eftir, at avgerðin um at fremja kloyvingina er tikin, fær kloyvingin rættarvirknað, sbr. 2. og 3. pkt., tá ið roknskaparligi virknaðurin tekur við. Roknskaparligi virknaðurin kann ikki taka við seinni enn 2 vikur eftir avgerðina um fremja kloyvingina, tó ikki eftir, at kloyvingin er skrásett ella fráboðað til skrásetingar. Fyri luttakandi kapitalfeløgini skulu bæði roknskaparligi virknaðurin og avgerðin um at fremja samanleggingina ávikavist fáa virknað og verða tikin í sama roknskaparári. Stk. 3. Tá treytirnar eftir stk. 1 og 2 eru loknar, verða kapitaleigararnir í innskjótandi kapitalfelag, sum fáa viðurgjald við kapitalpørtum, kapitaleigarar í einum ella fleiri av móttakandi kapitalfelagnum. Stk. 4. Viðurgjald kann ikki veitast fyri kapitalpartar í innskjótandi kapitalfelagnum, sum er ogn hjá kapitalfeløgunum, sum luttaka í kloyvingini. 31 og 153, stk. 2 verða at nýta samsvarandi við kloyving. Stk. 5. Kapittul 3 um stovnan, kapittul 10 um at hækka kapitalin og kapittul 14 um at avtaka kapitalfelagið verða ikki at nýta í sambandi við eina kloyving uttan so, at tað skilst á ásetingunum um kloyving, sbr Stk. 6. Verður eitt nýtt kapitalfelag skapað við kloyvingini, og verða 24/159

25 høvuðsleiðsla og grannskoðari ikki vald beint eftir, at aðalfundurin hevur samtykt kloyvingina, skal í seinasta lagi 2 vikur eftir hetta verða hildin aðalfundur í nýggja kapitalfelagnum, har evsta leiðsla og møguligur grannskoðari verða vald. Aðalfundurin skal harumframt taka avgerð um, hvørt komandi ársroknskapir kapitalfelagsins skulu verða grannskoðaðir, um kapitalfelagið ikki er fevnt av grannskoðanarskylduni eftir ársroknskaparlógini ella aðrari lóggávu , stk. 1 og 2, verðað orðaðar soleiðis: Samtykta kloyvingin skal fyri hvørt kapitalfelag verða skrásett ella fráboðað til skrásetingar, sbr. 9, hjá Skráseting Føroya í seinasta lagi 2 vikur eftir, at kloyving er samtykt í øllum teimum framhaldandi feløgunum, sum luttaka í kloyvingini. Hvørt av teimum móttakandi kapitalfeløgunum kann skráseta ella fráboða kloyvingina vegna luttakandi kapitalfeløgini. Við skrásetingini ella fráboðanini skulu vera skjølini, nevnd í 263, stk. 7, nr Samtykta kloyvingin kann í fyrsta lagi verða skrásett, tá kloyvingin hevur fingið rættarvirknað eftir 268, stk. 1 og 2. Stk. 2. Samtykta kloyvingin skal verða skrásett ella fráboðað til skrásetingar, sbr. 9, í seinasta lagi tá ið freistin at senda inn ársfrásøgnina fyri tað tíðarskeið, tá kloyvingin fær roknskaparligan virknað, fer, tó í seinasta lagi 1 ár eftir, at Skráseting Føroya sambært 262, stk. 5, hevur almannakunngjørt móttøkuna av upplýsingum um ætlaðu kloyvingina. Verður farið út um aðra av hesum freistum, er avgerðin um at fremja kloyvingina ikki longur galdandi, og ein møgulig kloyvingarætlan eftir 255 verður mett at vera fallin burtur Yvirskriftin til 270 verður orðað soleiðis: Einfaldari mannagondir fyri loddrættar kloyvingar 154. Í 270 verður sett sum stk. 2: Stk. 2. Íkoma við kloyvingini eitt ella fleiri nýggj kapitalfeløg, og verða kapitalpartarnir í hesum feløgunum lætnir kapitaleigarunum í innskjótandi felagnum lutfalsliga við teirra kapitalpartar í innskjótandi felagnum ella atkvøður í innskjótandi felagnum, verða ásetingarnar í 256, 257 og 259 og 266, stk. 1 ikki nýttar Í 271, stk. 1, 2. pkt., og 276, stk. 1, 2. pkt., verður ein metingarfrágfreiðing, sum verður gjørd eftir broytt til: ein metingarfrágfreiðing, sum verður gjørd eftir 36-37, ávikavist ein leiðsluváttan eftir reglunum í Í 271, stk. 1, verður sett sum 5. pkt.: 31 verður nýtt samsvarandi í sambandi við umskapan av smápartafelag til partafelag Í 276, stk. 1, verður sett sum 5. pkt.: 31 verður nýtt samsvarandi í sambandi við umskapan av partnarafelag til partafelag verður orðað soleiðis: 278. Høvuðsleiðslan í smápartafelagnum stovnar og undirskrivar í felag eina umskapanarætlan, sbr. tó stk. 2. Stk. 2. Smápartaeigararnir kunnu í semju avgera, at ein umskapanarætlan skal ikki gerast, sbr. tó 335, stk. 2 og 3. Stk. 3. Umskapanarætlanin skal innihalda upplýsingar og ásetingar um 1) navn og møgulig hjánøvn smápartafelagsins fyri og eftir umskapanina, 2) heimstað smápartafelagsins, 3) viðurgjaldið til smápartaeigararnar, 4) nær partabrøvini í partafelagnum geva rætt til vinningsbýti, 25/159

26 5) tey rættindi í partafelagnum, sum verða givin teimum, sum møguliga hava eigarapartar og skuldarbrøv við serligum rættindinum í smápartafelagnum fyri umskapanina, 6) aðrar møguligar fyriskipanir til fyrimuns fyri tey, sum hava teir í nr. 5 nevndu eigarapartar og skuldarbrøv, 7) skráseting av partabrøvum, sum verða veitt sum viðurgjald, umframt møguliga latan av partabrøvum, 8) ein og hvønn serligan fyrimun, ið sum partur av umskapanini verður givin limunum í leiðslu felagsins, og 9) uppskot til viðtøkur, sbr. 28 og 29, fyri partafelagið eftir umskapanina Í 279, stk. 1, verður har umskipanrætlanin verður greinað og grundað broytt til: har greitt verður frá og gundgivið fyri umskipanini, heruppií eini møguligari umskipanarætlan, sbr. tó stk verður orðað soleiðis: 280. Er umskapanarætlanin undirskrivað meira enn 6 mánaðir eftir, at roknskaparárið, sum seinasta ársfrásøgn ella undantaksváttan viðvíkur, er liðið, skal millumjavni gerast, sbr. tó stk. 4. Stk. 2. Er talan um eina umskapan, har umskapanarætlan ikki er gjørd, sbr. 326, stk. 2, skal tað fyri viðkomandi smápartafelag gerast ein millumjavni, um avgerðin um ikki at gera eina umskapanarætlan er tikin meira enn 6 mánaðir eftir, at roknskaparárið, sum seinasta ársfrásøgn ella undantaksváttan viðvíkur, er liðið, sbr. tó stk. 4. Stk. 3. Millumjavnin, sum skal gerast í samsvari við tær reglur, sum smápartafelagið ger ársfrásøgn eftir, má ikki hava ein uppgerðardag, sum er meira enn 3 mánaðir fyri, at umskapanarætlanin verður undirskrivað. Millumjavnin skal vera grannskoðaður, um smápartafelagið er fevnt av grannskoðanarskyldu eftir ársroknskaparlógini ella aðrari lóggávu. Stk. 4. Uttan mun til, um ein møgulig umskapanarætlan er undirskrivað meira enn 6 mánaðir eftir, at roknskaparárið, sum seinasta ársfrásøgn ella undantaksváttan smápartafelagsins viðvíkur, er liðið, kunnu smápartaeigararnir í semju avgera, at ein millumjavni skal ikki gerast Í yvirskriftini áðrenn 282 verður umskapanarætlanini broytt til: ætlaðu umskapanini, heruppií eini møguligari umskapanarætlan , stk. 1, verður orðað soleiðis: Eitt ella fleiri óheft sakkøn metingarfólk gera skrivligt ummæli av umskapanarætlanini, heruppií um viðurgjaldið, sbr. stk. 4. Í eini umskapan, har umskapanarætlanin er vald frá, sbr. 278, stk. 2, skal metingarfólki geva eitt skrivligt ummæli av ætlaðu umskapanini, heruppií viðurlagnum, sbr. stk. 4. Lutahavararnir kunnu í semju avgera, at tað ikki skal gerast eitt ummæli frá metingarfólki um ætlaðu umskapanina Í 283, 1. pkt., verður eftir eftir umskapanina sett: í mun til felagisins verandi støðu , stk. 1, 1. pkt., verður orðað soleiðis: Um metingarfólkini í váttan síni um støðu kravánaranna, sbr. 283, koma til ta niðurstøðu, at kravánararnir í lutafelagnum ikki eru tryggjaðir nóg væl eftir umskapnina, ella er váttan um 26/159

27 støðuna hjá kravánarunum ikki gjørd, kunnu kravánarar, hvørs fíggjarkrøv eru stovnað áðrenn almannakunngerðing Skráseting Føroya eftir 285, í seinasta lagi 4 vikur eftir almannakunngerðingina fráboða síni fíggjarkrøv til felagið , stk. 6, verður strikað Yvirskriftin áðrenn 285 verður orðað soleiðis: Innlatan av upplýsingum um ætlaðu umskapanina, heruppií møgulig umskapanarætlan og møgulig váttan frá metingarfólki um støðu kravánaranna verður orðað soleiðis: 285. Skráseting Føroya skal í seinasta lagi 4 vikur eftir, at møgulig umskapanarætlan er undirskrivað, hava móttikið eitt avrit av umskapanarætlanini, sbr. tó stk. 2. Verður farið út um freistina, kann móttøkan av umskapanarætlanini ikki almannakunngerast, og umskapanin kann tí ikki samtykkjast. Stk. 2. Hevur smápartafelagið avgjørt ikki at gera eina umskapanarætlan, sbr. 278, stk. 2, skal boðast Skráseting Føroya frá hesum saman við upplýsingum um navn og skrásetingartal smápartafelagsins. Stk. 3. Váttan frá metingarfólkunum um støðu kravánaranna, sbr. 283, 1. pkt., skal sendast Skráseting Føroya, sbr. tó stk. 4. Stk. 4. Er møguleikin brúktur at velja váttan frá metingarfólkunum um støðu kravánarannar frá, sbr. 283, 2. pkt., skal boðast Skráseting Føroya frá hesum saman við upplýsingum um navn og v- tal smápartafelagsins. Stk. 5. Móttøkan av upplýsingum og møguligum skjølum, sbr. stk. 1-4, verður almannakunngjørd í kt-skipan Skráseting Føroya. Hava kravánararnir rætt at fráboða krøv síni, sbr. 284, skal hetta upplýsast í almannakunngeringini frá Skráseting Føroya. Stk. 6. Skráseting Føroya kann áseta nærri reglur, tá ið smápartafeløg almannakunngera møguliga umskapanarætlan og møgulig skjøl, ið fylgja við verður orðað soleiðis: 286. Avgerðin um at fremja eina umskpan kann í fyrsta lagi takast 4 vikur eftir, at Skráseting Føroya, sbr. 285, stk. 5, hevur almannakunngjørt móttøkuna av upplýsingum um ætlaðu umskapanina, sbr. tó stk. 2 og 3. Um almannakunngjørt er viðvíkjandi 285, stk. 1 ella 2, og viðvíkjandi 333, stk. 3 ella 4, hvør sær, verður freistin í 1. pkt. roknað frá seinnu almannakunngeringini. Stk. 2. Um metingarfólkini í váttan síni um støðu kravánaranna, sbr. 285, meta, at kravánararnir í partafelagnum eru tryggjaðir á nøktandi hátt eftir umskapanina, kunnu smápartaeigararnir í semju, eftir at Skráseting Føroya, sbr. 285, stk. 5, hevur almannakunngjørt móttøkuna av upplýsingum um ætlaðu umskapanina, avgera at víkja frá freistini eftir stk. 1. Stk. 3. Í eini umskapan, har eingin umskapanarætlan er gjørd, sbr. 278, stk. 2, verður ikki kravt, at Skráseting Føroya skal hava almannakunngjørt eftir 285, stk. 5, áðrenn smápartaeigararnir kunnu avgera at fremja umskapanina, um metingarfólk hava gjørt eina váttan um støðu kravánaranna, sbr. 283, og um metingarfólkini í váttan síni um støðu kravánaranna meta, at kravánararnir í smápartafelagnum er tryggjaðir á nøktandi hátt eftir umskapanina. Stk. 4. Kravánarar, sum biðja um tað, skulu hava upplýsing um, nær avgerð verður tikin um møguliga fremjan av umskapanini. Stk. 5. Fremjanin av umskipanini skal vera í samsvari við umskapanarætlanina, um ein umskapanarætlan er gjørd. Verður umskapanin ikki samtykt í samsvari 27/159

28 við eina møguliga almannakunngjørda umskapanarætlan, verður uppskotið mett sum fallið burtur. Stk. 6. Hesi skjøl skulu, um tey eru gjørd, vera tøk hjá smápartaeigarunum á heimstaði felagsins ella á heimasíðu felagsins í seinasta lagi 4 vikur undan, at avgerð um at fremja eina umskapan skal takast uttan so, at smápartaeigararnir í semju avgera, at skjølini ikki skulu leggjast fyri smápartaeigararnar undan aðalfundin ella á aðalfundinum, sbr. tó stk. 7: 1) Umskapanarætlanin. 2) Góðkendu ársfrásagnir smápartafelagsins 3 tey seinastu roknskaparárini, ella fyri ta tíð, sum felagið hevur verið til. 3) Umskapanarfrágreiðing. 4) Millumjavni. 5) Metingarfrágreiðing um apportinnskot. 6) Ummæli metingarfólksins av ætlaðu umskapanini, heruppií av eini møguligari umskapanarætlan. 7) Váttan metingarfólksins um støðuna hjá kravánarunum. Stk. 7. Smápartaleigarar, sum biðja um tað, skulu uttan gjald hava atgongd til tey skjøl, sum eru nevnd í stk , stk. 1 verður strikað og í staðin verður sett: Avgerð um umskapan verður tikin av tí felagsstovni, sum hevur heimild at broyta viðtøkurnar. Avgerðin verður tikin við tí fleirtali, sum krevst fyri at taka avgerð um at strika felagið, tó í minsta lagi við undirtøku av 4/5 av smápartaeigarunum ella atkvøðunum hjá hesum, tá ið atkvøðugreiðsla fer fram við støði í umsetningi el. tíl. Er smápartafelagið undir tvingsilsavtøku, kann avgerð um umskapan einans takast, um útlutan til smápartaeigararnar ikki er byrjað, og um smápartaeigararnir samstundis avgera at strika tvingsilsavtøkuna. 31 verður at nýta samsvarandi, tá ið eitt smápartafelag verður umskapað til eitt partafelag. Stk. 2. Í eini umskapan, har avgjørt er ikki at gera eina umskapanarætlan, sbr. 326, stk. 2, skal høvuðsleiðslan upplýsa um týðandi viðurskifti, undir hesum um munandi broytingar í ognum og skyldum, sum eru farnar fram í tíðarskeiðnum millum fíggjarjavnadagin í seinastu ársfrásøgn ella undantaksváttan og aðalfundin. Stk. 3. Um umskapanarætlan ikki verður gjørd, sbr. 326, skal støða takast til hesi viðurskifti í sambandi við, at umskapanin verður samtykt: 1) Navn og møgulig hjánøvn smápartafelagsins. 2) Viðurgjaldið fyri partarnar í umskapaða smápartafelagnum. 3) Nær partabrøvini, sum møguliga verða latin sum viðurgjald, geva rætt til vinningsbýtið. 4) Viðtøkur, sbr. 28 og 29. Stk. 2-4 verða síðani stk verður orðað soleiðis: 289. Samtykta umskapanin skal fyri smápartafelagið verða skrásett ella fráboðað til skrásetingar, sbr. 9, hjá Skráseting Føroya í seinasta lagi 2 vikur eftir, at umskapanin er samtykt. Við skrásetingini ella fráboðanini skulu vera skjølini, nevnd í 286, stk. 6, nr. 3-7, um tey eru gjørd. Stk. 2. Samtykta umskapanin skal verða skrásett ella fráboðað til skrásetingar, sbr. 9, í seinasta lagi 1 ár eftir, at Skráseting Føroya eftir 285, stk. 5 hevur almannakunngjørt móttøkuna av upplýsingum um ætlaðu umskapanina. Verður farið út um freistina, er avgerðin um at fremja umskipanina ikki longur galdandi, og ein møgulig umskapanarætlan eftir 278 verður mett at vera fallin burtur. Stk. 3. Ein umskapan frá smápartafelag til partafelag kann skrásetast, tá ið: 28/159

29 1) Smápartaeigararnir hava avgjørt at umskapa, sbr. 287, stk. 1. 2) Krøvini hjá kravánarunum, ið eru fráboðað eftir 284, eru avgjørd. 3) Treytirnar í 335, stk. 4 um val av leiðslu og grannskoðara eru loknar. 4) Krøvini hjá smápartaeigarunum um samsýning eftir 288 eru avgjørd uttan so, at nøktandi trygd er veitt fyri kravinum. Hava metingarfólk ummælt ætlaðu umskapanina, heruppií eisini viðurgjaldið, og verður tað í ummælinum mett, at viðurgjaldið er rímiliga og sakliga grundað, skulu metingarfólkini harumframt hava váttað, at tað í avgerandi mun ikki fer at verða funnist at ummæli teirra um viðurgjaldið. Metingarfólkini gera av, um trygdin er nøktandi. 5) Ein stjórn er sett. Stk. 4. Umskapanin av einum smápartafelag til partafelag verður mett at vera framd, tá ið viðtøkur felagsins eru broyttar soleiðis, at tær lúka krøvini fyri partafeløg, og tá ið umskapanin er skrásett í kt-skipan Skráseting Føroya. Stk. 5. Upptøkan í eigarabókina og møgulig latan av partabrøvum má ikki fara fram, fyrr enn umskapanin er skrásett. Stk. 6. Eru 3 ár liðin eftir umskapanina, uttan at øll, sum hava rætt til tess, hava biðið um at vera upptikin í eigarabók felagsins, kann høvuðsleiðslan við eini almannakunngering í kt-skipan Skráseting Føroya heita á hesi um at venda sær til felagið innan fyri 6 mánaðir. Um eingin hevur vent sær til felagið, tá ið freistin er farin, kann nevndin fyri rokning partaeigaranna avhenda partabrøvini. Felagið kann draga kostnaðin av almannakunngeringini og avhendanini frá søluvinninginum. Er søluvinningurin ikki heintaður í seinasta lagi 3 ár eftir avhendanina, fellur upphæddin til felagið. Stk verða at nýta samsvarandi, um umskapaða partafelagið ognar sær ognarvirði frá einum partaeigara, sum er felagnum kunnugur, í upp til 24 mánaðir eftir, at umskapanin er skrásett Í yvirskriftini til kapittul 18 og í 290, 291, stk. 6, og 292, stk. 3, verður einum øðrum marknaði til multilateralur handilsfasilitetur , stk. 1, verður orðað soleiðis: Deildin skal hava eitt navn og kann hava hjánøvn. Deildin skal í navni sínum og møguligum hjánøvnum hava navnið hjá útlendska høvuðsfelagnum við ískoyti av orðinum deild num og møgulig hjánøvnvið ískoytinum "deild" og við greiðari tilskilan av tjóðskapinum hjá útlendska felagnum. Annars verður 2, stk. 1-3, og 3 nýtt samsvarandi uppá navn og møgulig hjánøvn hjá deild Aftaná 308 verður sett sum nýggjur kapittul: Kapittul 19 a Íverksetarafeløg 309 a. Ásetingarnar í hesi lóg um smápartafeløg verða at nýta fyri íverksetarafeløg, um ikki annað er ásett í hesum kapitli. Stk. 2. Eitt íverksetarafelag skal hava ein felagskapital, sum í minsta lagi er 1 kr. Felagskapitalurin kann einans skjótast inn kontant. Stk. 3. Einans íverksetarafeløg kunnu og skulu í navni sínum brúka heitið íverksetarafelag ella styttingina ÍVF. 309 b. Eitt íverksetarafelag skal á hvørjum ári seta í minsta lagi 25 prosent av yvirskoti felagsins til bundan tiltakspening fyri at byggja upp kapitalgrundarlag felagsins, til 29/159

30 hesin tiltakspeningur saman við felagskapitalinum í minsta lagi er kr. Stk. 2. Eitt íverksetarafelag kann ikki avgera at luta út vinningsbýti, undir hesum serligt vinningsbýti, fyrr enn tiltakspeningurin saman við felagskapitalinum í minsta lagi er kr. 309 c. Aðalfundurin kann, við tí atkvøðumeiriluta, sum krevst til viðtøkubroyting, avgera, at eitt íverksetarafelag skal umskrásetast til eitt smápartafelag, um felagið hevur ein felagskapital og tiltakspening at byggja upp kapitalgrundarlag felagsins, sum, tá ið avgerðin verður tikin, er í minsta lagi kr., sbr. 33, stk. 1, 1. pkt. Stk. 2. Tað er ein treyt fyri umskrásetingini, at eitt metingarfólk váttar, sbr. 37, at felagskapitalurin er til staðar. 309 d. Umskipanin av íverksetarafelag til smápartafelag verður mett at vera framd, tá ið viðtøkur felagsins viðvíkjandi felagskapitali og felagsheiti eru broyttar soleiðis, at tær lúka vanligu krøvini fyri smápartafeløg, og tá ið umskrásetingin er skrásett í ktskipan Skráseting Føroya. Sum partur av umskrásetingini verður tiltakspeingurin til at byggja upp kapitalgrundarlag felagsins fluttur til felagskapitalin Í 313, stk. 2, verður eftir endurgjaldsskyldu fyri sett: grannskoðarar, , stk. 1, verður orðað soleiðis: Brot á 1, stk. 3, 2, 3, stk. 1, 10 og 15, 24, stk. 2, 30, 32, stk. 2 og 3, 33, stk. 4, 38, stk. 2, 42 a, 44, stk. 1, 50, stk. 1, 51, stk. 1, 2 og 6, 52, 53, stk. 1 og 2, 54-56, 57 a, stk. 1-3, 58-61, 89, 98 og 99, 101, stk. 3, 4, 7 og 8, 108 og , 120, stk. 3, 123, 125, , 138, 139, 139 a, stk. 1, nr. 1, 160, 3. pkt., 179, stk. 2, 180, 181, 3. pkt., 182, stk. 3, 190, stk. 2, 3. pkt., 192, stk. 1, 193, stk. 2, 196, 198 og , 205, stk. 1, 206, 207, stk. 3, 210, 214, stk. 2 og 3, 215, stk. 1, 218, stk. 2, 227, stk. 2, 228 og 234, 291, stk. 6, 292, stk. 3, 299, 301, stk. 2 og 3, og 306, 308, 309, 309 a, 309 b og 311 verður revsað við bót. Eitt felag, sum ikki rættar avgerðir, tiknar í stríð við 206 ella 210, verður revsað við bót , stk. 4, verður orðað soleiðis:»stk. 4. I forskrifter, der udstedes i medfør af 4, stk. 3, 12, stk. 2, 55, stk. 3, 56, stk. 2, 57, 71, stk. 4, 143, 172, 244, stk. 6, 262, stk. 6, 279, stk. 5, 299, stk. 5, 318 f, stk. 5, 333, stk. 6, og 372, stk. 1, kan der fastsættes straf af bøde for overtrædelse af bestemmelser i forskrifterne.« , stk. 1, verður eftir viðkomandi sett: sbr. tó stk Í Anordning nr frá 20. September 2007 om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhvervsdrivende virksomheder, sum broytt við løgtingslóg nr. 52 frá 11. mai 2009, løgtingslóg nr. 69 frá 27. mai 2011 og løgtingslóg nr. 25 frá 16. mars 2012, verða gjørdar hesar broytingar: 1. 1 verður eftir stk. 2 sett: Stk. 3. Vinnufeløg við avmarkaðaðari ábyrgd, sbr. 3, 30/159

31 kunnu bert verða stovnað fram til 1. juni 2016 sbrt. hesi lóg. Síðani kunnu vinnufeløg við avmarkaðaðari ábyrgd ikki verða stovnað sbrt. hesi lóg. Stk. 3 verður síðani stk Í 2, stk. 3, 2. pkt., verður aftaná sett og 18 a. 3. 3, 1. pkt., verður orðað soleiðis: Við fyritøku við avmarkaðari ábyrgd skilst í hesi lóg eitt lutafelag (lutafelagsskap) ella felag við avmarkaðaðari ábyrgd, har eingin luttakari ábyrgist persónliga, uttan avmarking og solidariskt. 4. Í 3 verður eftir stk. 1 sett: Stk. 2. Fyri vinnufeløg, sum eru stovnað áðrenn 1. juni 2016, verða reglurnar í lógini um feløg við avmarkaðari ábyrgd nýttar samsvarandi við neyðugum tillagingum. 5. Aftaná kapittul 1 verður sett: Kapittul 1 a Samskifti 5 a. Skráseting Føroya kann áseta reglur um, at skrivligt samskifti við Skráseting Føroya um viðurskifti, sum eru fevnd av hesi lóg ella reglum, givnar við heimild í hesi lóg, skal vera talgilt. Stk. 2. Skráseting Føroya kann áseta neyvari reglur um talgilt samskifti, undir hesum reglur um nýtslu av ávísum kt-skipanum, serligum talgildum formatum og talgildari undirskrift el. tíl. Stk. 3. Eini talgild boð verða mett at vera komin fram, tá ið tey eru tøk hjá tí, sum boðini eru ætlað. 5 b. Skráseting Føroya kann áseta reglur um, at Skrásetingin kann lata avgerðir og onnur skjøl eftir hesi lóg ella eftir reglum, givnar við heimild í hesi lóg, uttan undirskrift, við maskinelt endurgivnari undirskrift ella á annan samsvarandi hátt endurgivnari undirskrift, ella við at nýta tøkni, sum tryggjar eintýdda eyðmerking av tí, sum hevur latið avgerðina ella skjalið. Slíkar avgerðir og skjøl eru javnsettar við avgerðir og skjøl, sum hava persónliga unirskrift. Stk. 2. Skráseting Føroya kann áseta reglur um, at avgerðir, sum einans eru við tiknar við støði í elektroniskari dataviðgerð og onnur skjøl, sum einans eru latin við støði í elektroniskari dataviðgerð, kunnu latast soleiðis, at einans Skráseting Føroya er skrásett sum sendari. 5 c. Har tað eftir hesi lóg ella eftir reglum, givnar við heimild í hesi lóg, verður kravt, at eitt skjal, sum er latið av øðrum enn Skráseting Føroya, skal vera undirskrivað, kann kravið verða lokið við at nýta eina tøkni, sum tryggjar eintýdda eyðmerking av tí, sum hevur latið skjalið, sbr. tó stk. 2. Slík skjøl verða javnsett við skjøl, sum hava persónliga undirskrift. Stk. 2. Skráseting Føroya kann áseta nærri reglur um, at víkjast kann frá kravinum um undirskrift. Ásetast kann, at víkjast kann ikki frá kravinum um persónliga undirskrift á ávísum skjølum verður orðað soleiðis: 13. Skráseting Føroya ásetur reglur um fráboðan og skráseting av viðurskiftum, sum eru skrásetingarskyldug eftir hesi lóg. Stk. 2. Skráseting Føroya ásetur reglur um almannakunngering av skrásetingum, skjølum, fráboðanum o.tíl., sum eftir hesi lóg skulu almannakunngerast í kt-skipan Skráseting Føroya. Stk. 3. Skráseting Føroya kann áseta reglur um gjald fyri skráseting og útskriftir o.tíl., og fyri almannakunngering, fyri nýtslu av 31/159

32 kt-skipan Skráseting Føroya og fyri áminningarbræv, um goldið verður ov seint. Stk. 4. Skráseting Føroya kann áseta reglur um, at gjaldast skal eitt árligt gjald fyri umsiting av vinnurættarligu reglunum og fyri veitingar, har ávísur kostnaður ikki er ásettur. 7. Aftaná 18 verður í kapittul 5 sett: 18 a. Í fyritøkum, sum hava kapitalpartar, skuldarinstrument ella onnur virðisbrøv, sum eru upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði í einum ES/EBS- landi, og í stórum fyritøkum sbr. stk. 2, skal evsta leiðslan seta upp máltøl fyri partin av tí undirumboðaða kyninum í evstu leiðsluni og 2) høvuðsleiðslan skal gera ein politikk um at økja um partin av undirumboðaða kyninum á øðrum leiðslustigum í fyitøkuni, sbr. tó stk Stk. 2. Stórar fyritøkur eru fyritøkur, sum tvey ár á rað fara upp um tvey av hesum metingarstøðum: 1) Ein javna upp á 143 mió. kr., 2) ein nettoumsetning upp á 286 mió kr. og 3) í miðal 250 starvsfólk, sum starvast fulla tíð. Stk. 3. Fyri móðurfyritøkur, sum gera samtaksroknskap, er nóg mikið, at máltøl verða sett og politikkur gjørdur, sbr. stk. 1, fyri samtakið sum heild. Stk. 4. Ein dóttirfyritøka, sum er partur av einum samtaki, kann sleppa undan at seta máltøl og gera politikk, sbr. stk. 1, um móðirfelagið setur máltøl og ger ein politikk fyri alt samtakið. Stk. 5. Fyritøka, sum seinasta roknskaparárið hava havt færri enn 50 starvsfólk, kunnu sleppa undan at gera ein politikk um at økja um partin av undirumboðaða kyninum á øðrum leiðslustigum í fyritøkuni, sbr. stk. 1, nr Í 21 a verður eftir stk. 1 sett: Stk. 2. Eftir 1. juni 2016 kunnu ikki verða gjørd nýggj vinnufeløg við avmarkaðari ábyrgd sum liður í eini samanlegging. Stk. 2 verður síðani stk Í 21 b verður eftir stk. 1 sett: Stk. 2. Eftir 1. juni 2016 kunnu ikki verða gjørd nýggj vinnufeløg, sum liður í eini kloyving. Stk. 2 og 3 verða síðani stk. 3 og 4. 3 Í anordning nr frá 9. desember 2007 om ikrafttræden for Færøerne af årsregnskabsloven, sum broytt við løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008, løgtingslóg nr. 72 frá 25. mai 2009, løgtingslóg nr. 69 frá 27. mai 2011 og løgtingslóg nr. 136 frá 11. desember 2013 verða gjørdar hesar broytingar: b, stk. 1, verður orðað soleiðis: 35 a. Parta- og smápartafeløg og harumframt samløgufeløg, sum tann teknaða virkisognin ikke er fult inngoldin í, skal 1. írokna ikki inngoldna virkisogn sum áogn, sbr. lýsing av ogn í fylgiskjali 1, C, nr. 1, sbr. stk. 2, ella 2. uttan mun til lýsingina av ogn í fylgiskjali 1, C, nr. 1, draga frá eina upphædd, ið svarar til ikki inngoldna virkisogn týðiliga undir virkiognini, sbr. stk. 3. (ella: uttan mun til lýsingina av ogn í fylgiskjali 1, C, nr. 1, týðiliga undir virkiognini draga frá eina upphædd, ið svarar til ikki inngoldna virkisogn, sbr. stk Í 35 b, verður eftir virkiskapital sett: og yvirkurs 32/159

33 og eftir virkiskapitalin verður sett: og yvirkursin. 3. Eftir 35 b verður sett: 35 c. Eitt íverksetarafelag skal árliga seta av í minsta lagi 25 pst. av yvirskotinum hjá fyritøkuni til bundnan tiltakspening til at byggja upp kapitalgrundarlag fyritøkunnar til hesin tiltakspeningur saman við felagskapitalinum tilsamans er í minsta lagi kr Hesin tiltakspeningur kann ikki verða elimineraður við vinnufelagsins undirskotið ella á annan hátt verða minkaður. Tiltakspeningurin skal tó strikast ella minkast í tann mun felagskapitalurin økist. 4. Aftaná 99 verður sett: 99 a. Stórar fyritøkur skulu í leiðslufrágreiðingina skoyta uppí eini frágreiðing um samfelagsábyrgd, sbr. stk Við fyritøkunnar samfelagsábyrgd er at skilja, at fyritøkur sjálvboðið taka við sømdir fyri m.a. mannarættindum, sosialum viðurskiftum, umhvørvis- og veðurlagsviðurskiftum og harumframt mótstríð móti korruption í teirra handilsmannagongdum og handilsvirksemi. Hevur fyritøkan ikki politikk fyri samfelagsábyrgd, skal tað verða upplýst í leiðslufrágreiðingini. Stk. 2. Frágreiðingin skal innihalda upplýsing um 1) Fyritøkunnar politikk viðvíkjandi samfelagsábyrgd, m.a. møgulig aðalkrøv, leiðreglur ella meginreglur fyri samfelagsábyrgd, sum fyritøkan nýtir. 2) Hvussu fyritøkan fremur í verki politikk sín viðvíkjandi samfelagsábyrgd, m.a. møguligar skipanir ella framferðarhættir um tað. 3) Tað fyritøkan metir er rokkið sum fylgja av fyritøkunnar arbeiði í sambandi við samfelagsábyrgd í roknskaparárinum, og harumframt møguligar vónir um arbeiðið í framtíðini. Stk. 3. Um fyritøkan hevur politikk viðvíkjandi tí at virða mannarættindini og viðvíkjandi tí at minka um veðurlagsárinið í sambandi við virksemi fyritøkunnar, skal frágreiðingin sambært stk. 1 nágreiðiliga innihalda upplýsingar um henda politikk. Um fyritøkan hevur slíkan politikk, skal stk. 2 samsvarandi nýtast. Hevur fyritøkan ikki slíkan politikk, skal tað verða upplýst í leiðslufrágreiðingini. Stk. 4. Frágreiðingin skal gevast í tilknýti til leiðslufrágreiðingina. Fyritøkan kann tó ístaðin avgera at geva frágreiðingina 1. í eini ískoytisfrágreiðing til ársfrásøgnina, sbr. 14, sum víst verður til í leiðslufrágreiðingini, sbr. stk. 5, 1. pkt., ella 2. á heimasíðuni hjá fyritøkuni, sum víst verður til leiðslufrágreiðingini, sbr. stk. 5, 2. pkt. Stk. 5. Skráseting Føroya ásetur reglur um at almannakunngera frágreiðingina um samfelagsábyrgd í eini ískoytisfrágreiðing til ársfrásøgnina og um skyldur hjá grannskoðara í mun til tær upplýsingar, sum verða almannakunngjørdar í henni, sbr. stk. 4, nr. 1. Skráseting Føroya ásetur reglur um, hvussu frágreiðingin um samfelagsábyrgd skal almannakunngerast á heimasíðuni hjá fyritøkuni, m.a. reglur um fyritøkunnar dagføring av upplýsingunum á heimasíðuni 33/159

34 og um skyldurnar hjá grannskoðara í sambandi við tær upplýsingar, sum verða almannakunngjørdar á heimasíðuni, sbr. stk. 4, nr. 2. Stk. 6. Fyri fyritøkur, sum seta upp samtøkuroknskap, er tað nøktandi, at upplýsingarnar sambært stk. 1-3 verða givnar fyri samtøkuna sum heild. Stk. 7. Ein dótturfyritøka, sum er partur av eini samtøku, kann lata vera við at taka upplýsingarnar við í sína egnu leiðslufrágreiðing, um 1) móðurfyritøkan lýkur upplýsingarkrøvini sambært stk. 1-3 fyri samtøkuna í síni heild ella 2) móðurfyritøkan hevur sett upp eina framburðarfrásøgn í sambandi við, at hon tekur undir við STviðtøkuni Global Compact ella Meginreglum ST fyri ábyrgar íløgur. Stk. 8. Ein fyritøka, sum hevur sett orðað eina framburðarfrásøgn í sambandi við, at hon tekur undir við Global Compact ST ella Meginreglur ST fyri ábyrgar íløgur, kann lata vera við at veita tær upplýsingar, sum eru nevndar í stk. 1 og 2. Tað sama er galdandi fyri tær upplýsingar, sum skulu veitast sambært stk. 3, um framburðarfrásøgnin fevnir um mannarættindi og veðurlag. Fyritøkan skal upplýsa í leiðslufrágreiðingini, at hon nýtir hesa undantøku, og tilskila, hvar frásøgnin er alment atkomilig. 99 b. Stórar fyritøkur, sum hava sett upp eitt máltal fyri partin av tí undirumboðaða kyninum í tí ovasta leiðslustovninum, skal greiða frá støðuna (status) fyri at lúka tað fyrisetta máltal, m.a. fyri, hví fyritøkan um so er ikki hevur rokkið fyrisetta endamálinum, sbr. tó stk. 3. Í sambandi við frágreiðingina skal 99 a, stk. 4-8, samsvarandi nýtast. Stk. 2. Stórar fyritøkur, sum hava skyldu til at orða ein politikk fyri at økja partin av undirumboðaða kyndinum á hinum leiðslustigunum hjá virkinum/fyritøkuni, skal greiða frá politikkinum, sbr. tó stk a, stk. 2-8, sum samsvarandi skal nýtast. Stk. 3. Er tað ikki nøkur undirumboðan av øðrum kyninum í ovastu leiðslustovninum, er tað nøktandi at upplýsa um tað í leiðslufrágreiðingini. Í sambandi við frágreiðingina skal 99 a, stk. 4, samsvarandi nýtast. Stk. 4. Er tað ikki nøkur undirumboðan av øðrum kyninum á hinum leiðslustigunum hjá virkinum/fyritøkuni, er tað nøktandi at upplýsa um tað í leiðslufrágreiðingini. Í sambandi við frágreiðingina skal 99 a, stk. 4, samsvarandi nýtast. 99 b. Stór kapitalfeløg, sum hava sett upp máltøl fyri partin av undirumboðaða kyninum í evstu leiðsluni, skulu greiða frá gongdini at røkka setta máltalinum, undir hesum eisini greiða frá orsøkini til, at felagið møguliga ikki hevur rokkið setta máltalinum, sbr. tó stk. 3. Fyri frágreiðingina verða 99 a, stk. 4-8, at nýta samsvarandi. Stk. 2. Stór kapitalfeløg, sum hava skyldu til at gera ein politikk fyri at økja um partin av undirumboðaða kyninum á øðrum leiðslustigum í felagnum, skulu greiða frá politikkinum, sbr. tó stk a, stk. 2-8, verða at nýta samsvarandi. Stk. 3. Um annað kynið ikki er undirumboðað í evstu leiðsluni, er nóg mikið at upplýsa hetta í leiðslufrágreiðingini. Fyri frágreiðingina verður 99 a, stk. 4, at nýta samsvarandi. Stk. 4. Um annað kynið ikki er undirumboðað á øðrum leiðslustignum í felagnum, er nóg 34/159

35 mikið at upplýsa hetta í leiðslufrágreiðingini. Fyri frágreiðingina verður 99 a, stk. 4, at nýta samsvarandi. 5. Í Bilag 2, Skemaer for balancer og resultatopgørelser, 1. skema for balance i kontoform (regnskabsklasse B, C og D), AKTIVER, OMSÆTNINGSAKTIVER, II. Tilgodehavender, nr. 6, verður eftir Krav på indbetaling af virksomhedskapital sett: og yvirkurs. 6. Í Bilag 2, Skemaer for balancer og resultatopgørelser, 1. skema for balance i kontoform (regnskabsklasse B, C og D), PASSIVER, EGENKAPITAL, IV. Andre reserver, nr. 4, verður eftir Reserve for ikke indbetalt virksomhedskapital sett: og yvirkurs Í Bilag 2, Skemaer for balancer og resultatopgørelser, 1. skema for balance i kontoform (regnskabsklasse B, C og D), PASSIVER, EGENKAPITAL, IV. Andre reserver, verður eftir nr. 4 sum nýtt nummar sett: 5. Tiltakspeningur fyri íverksetarafeløg. Nr. 5-7 verða síðani 6-8. balance i beretningsform (regnskabsklasse B, C og D), OMSÆTNINGSAKTIVER, II. Tilgodehavender, nr. 6, verður eftir Krav på indbetaling af virksomhedskapital sett:»og yvirkurs. 9. Í Bilag 2, Skemaer for balancer og resultatopgørelser, 2. skema for balance i beretningsform (regnskabsklasse B, C og D), EGENKAPITAL, IV. Andre reserver, nr. 4, verður eftir Reserve for ikke indbetalt virksomhedskapital sett: og yvirkurs. 10. Í Bilag 2, Skemaer for balancer og resultatopgørelser, 1. skema for balance i beretningsform (regnskabsklasse B, C og D), EGENKAPITAL, IV. Andre reserver, verður eftir nr. 4 sum nýtt nummar sett: Nr. 5. Tiltakspeningur fyri íverksetarafeløg. Nr. 5-7 verða síðani nr Hendan løgtingslógin kemur í gildi 1. juni Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nrær 1, nr. 34 ( 57 a) kemur í gildi. 8. Í Bilag 2, Skemaer for balancer og resultatopgørelser, 2. skema for 35/159

36 Viðmerkingar til lógaruppskotið Kap. 1. Almennar viðmerkingar Bakstøðið og endamálið við lógaruppskotinum Vinnufelagalógin. Galdandi reglur og broytingaruppskot Vinnufyritøkulógin Ársroknskaparlógin Ummæli...61 Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum Fíggjarligar avleiðingar Umsitingarligar avleiðingar Umhvørvisavleiðingar Avleiðingar fyri serstøk øki í landinum Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur Sosialar avleiðingar...62 Kap. 3. Serligar viðmerkingar Til 1:...63 Til Til Til /159

37 Viðmerkingar til lógaruppskotið Kap. 1. Almennar viðmerkingar 1. Bakstøðið og endamálið við lógaruppskotinum Við hesum verður lagt fram uppskot til broytingar í vinnufelagalógini og fylgibroytingar í anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhvervsdrivende virksomheder (vinnufyritøkulógin) og ársroknskaparlógini. Endamálið við broytingaruppskotunum At føroyskur vinnufelagarættur skal vera altjóða kappingarførur soleiðis, at tað ikki verða sett strangari krøv í Føroyum enn í øðrum londum. At tað skal verða lættari at stovna vinnufyritøkur við avmarkaðari ábyrgd. At minka umsistingarligu byrðarnar innanfyri vinnufelagarættin við tí fyri eyga at einfaldgera vinnutreytirnar fyri føroysk kapitalfeløg At tað verður ein meira javnbjóðis umboðan av kvinnum og monnum í teimum størru føroysku vinnufyritøkunum. At tryggja at Føroyar í mest møguligan mun kann lúka krøv í altjóða samstarvi um skattaviðurskifti, heruppí at skattamyndugleikarnir kunnu fáa innnlit í eigaraupplýsingar viðvíkjandi handhavapartabrøvum, tá eigaraparturin er minni enn 5%. At útvega heimild til at krevja, at alt viðkomandi skrivligt samskifti millum fyritøkur og myndugleikar fer fram talgilt. At eggja fyritøkum og íleggjarum til at taka støðu til samfelagsábyrgd. Yvirlit yvir høvuðsbroytingar 1. Kapitalkrav. Minsta kapitalkravið fyri partafeløg er kr. og fyri smápartafeløg kr. Skotið verður upp, at tað skal galda eitt legalt minstamark fyri felagskapitalin í smápartafeløgum uppá kr. 2. Inngjald av felagskapitali: Tað er bert krav um, at 25 prosent av felagskapitalinum er inngoldin, tó í minsta lagi kr. Verður yvirkursur ásettur, skal allur yvirkursurin inngjaldast. Verður allur felagskapitalurin inngoldin við apprtinnskotið skal allur felagskapitalurin tó gjaldast. Skotið verður upp, at fyri smápartafeløg verður bert krav um rindan av 25 pst. av møguligum yvirkursi. 3. Íverksetarafelag. Skotið verður upp, at tað skal verða møguligt at stovna íverksetarafelag við avmarkaðari ábyrgd. Eftir uppskotinum skal tað bert vera eitt krav um, at íverksetarafelagið hevur ein kapital uppá 1 kr. soleiðis, at tað í minsta lagi er ein kapitalpartur í vinnufelagnum. Málbólkurin fyri íverksetararfelagnum er íverksetarar, sum hava hug at seta gongd á fyritøku, sum hevur handilsligar møguleikar, men sum í byrjanini ikki hevur tørv á størri kapitalgrundarlagi. Hesin málbólkur fær nú í boði ein møguleika at byrja fyritøku innanfyri vinnufelagarættarligar rammur við fíggjarliga avmarkaðari ábyrging. 4. Talgilt samskifti. Sett verður inn í vinnufelagalógina og anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhvervsdrivende virksomheder (vinnufyritøkulógin) heimild til at krevja, at alt samskifti millum vinnufyritøkur og Skráseting Føroya viðvíkjandi viðurskiftum fevnd av vinnufelagalógini og vinnufyritøkulógini skal fara fram talgilt. 5. Skráseting av minni mongd av handhavapartabrøvum: Eftir uppskotinum skal ein eigari av handhavapartabrævi, sum hevur 5% ella minni av atkvøðurættinum ella 37/159

38 feglakapitalinum í einum partafelag, skráseta seg í eigaraskrá við upplýsingum, sum kunnu eyðmerkja viðkomandi. Endamálið er at lúka altjóða krøv í sambandi við samstarv á skattaøkinum. 6. Máltal og politikk fyri kvinnur í leiðsluni fyri partafeløg. Endamálið er at fáa fleri kvinnur í leiðsluna av føroyskum fyritøkum. Skotið verður upp, at stór feløg, børsskrásett feløg og landspartafeløg skulu hava máltal og politikk fyri kvinnur í leiðsluni fyri partafeløg. Stór feløg eru feløg, sum fara upp um tvey av hesum trimum mørkum : Ein javna upp á 143 mió. kr, ein nettoumseting upp á 286 mió. kr., og í miðal 250 fulltíðarstarvsfólk ella fleiri. 7. Útvegan av egnum kapitalpørtum. Eitt kapitalfelag kann útvega egnar kapitalpartar fyri ognir, sum kunnu verða útgoldnar sum serligt vinningsbýti, t.v.s ognir sum eftir seinastu ársfrásøgn kunnu verða útgoldnar sum vanligt vinningsbýti, og ognir, sum eru framkomnar sum yvirskot í verandi roknskaparári. Skotið verður upp, at tær ognir, sum kunnu nýtast til at útvega egnar kapitalpartar, bert eru ognir, sum eftir seinastu ársfrásøgn kunnu verða útgoldar sum vanligt vinningsbýti. Við hesum verður esini samljóð millum útvegan av egnum kapitalpørtum og sjálvfígging. 8. Samanlegging, kloyving og umskapan: a. Tað verðurð nágreinað, at ein samanlegging kann verða framd, uttan at áognarar skulu góðkenna tað. b. Millumjavni, samanleggingar, - kloyvingar og umskaparfrágreiðing. kapitaleigararnir í øllum kapitalfeløgum kunnu í semju frávelja millumjavna og gerð av nevndu frágreiðingum.. Eftir galdandi reglum er tað bert í smápartafeløgum, at millumjavni og nevndu frágreiðingar kunnu veljast frá. c. Skotið verður um, at tað ikki skal verða krav um millumjavna fyri kapitalfeløg, hvørs virðisbrøv eru upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði í einum ES/EBS- landi, og sum hava almannakunngjørt eina hálvársfrásøgn sbrt ársroknskaparlógini, um hálvárfrásøgnin inniheldur ein grannskoðaðan hálvársroknskap fyri felagið, og hálvársfrásøgnin verður gjørd atkomulig fyri felagsins kapitaleigarunum. d. Metingarfrágreiðing. Skotið verður upp, at bæði í sambandi við samanlegging og í sambandi við kloyving skal tað verða møguligt at frávelja metingarfrágreiðing í sambandi við innskot av øðrum virðum enn reiðum peningi. 9. Vinnufeløgr við avmarkaðari ábyrgd eftir vinnufyritøkulógini: Skotið verður upp, at tað frá 1. juni 2016 ikki skal vera møguligt at stovna nýggj vinnufeløg við amarkaðari ábyrgd eftir eftir vinnufyritøkulógini. Orsøkin er, at hesi feløg, har einki krav um kapitalinnskot, líkjast nógv parta- og smápartafeløgum, og eru minni gjøgnumskygd og lógaregulerað, og royndir í Danmark vísa, at tær oftari fara á húsgang. Harumframt skal hetta síggjast í í tí høpinum, at tað eftir uppskotinum verður møguligt at stovna sonevnd íverksetarafeløg. 10. Frágreiðing í ársfrásøgn um samfelagsábyrgd. Stórar fyritøkur skulu í leiðslufrágreiðingina skoyta uppí eini frágreiðing um samfelagsábyrgd. Við fyritøkunnar samfelagsábyrgd er at skilja, at fyritøkur sjálvboðið taka við sømdir fyri m.a. mannarættindum, sosialum viðurskiftum, umhvørvis- og veðurlagsviðurskiftum og harumframt mótstríð móti korruption í teirra handilsmannagongdum og handilsvirksemi. 11. Umframt omanfyri nevndu broytingar eru gjørdar ein røð av rættingum og nágreingingum. 38/159

39 Vinnufelagalógin Í mai í 2011 samtykti Løgtingið nýggja lóg um partafeløg og smápartafeløg, sum varð kunngjørd sum løgtingslóg nr. 73 frá 31 mai 2011 um parta- og smápartafeløg (vinnufelagalógin), at koma í gildi 1. januar Vinnufelagarætturin hevur grundleggjandi tvey verkevni. Í fyrsta lagi eru vinnufelagarættarligu reglurnar grundarlagið fyri, at luttakararnir í einum vinnurekandi samvirki kunnu seta eina rættarliga rammu um teirra samvirki soleiðis, at hetta úteftir kann virka sum ein sjálvstøðug løgfrøðilig eind. Í øðrum lagi ásetur vinnufelagarætturin eina røð av rættarreglum til vernd av ymsu áhugabólkunum, sum samvirkið hevur serliga ávirkan á, t.e. eigarar (kapitaleigararnir), kravánarar, og eisini aðrar áhugabólkar, t.d. starvsfólk. Í einum parta- ella smápartafelag ábyrgdast eigararnir ikki persónliga fyri skyldum kapitalfelagsins, men ábyrgdast bert við innskotinum. Kapitaleigararnir hava rætt at fáa lut í yvirskoti kapitalfelagsins lutfalsliga eftir sínum eigaraparti uttan so, at annað er ásett í viðtøkum felagsins. Smápartafeløg kunnu ikki bjóða kapitalpartar felagsins til almenningin. Hesi feløg, har eingin ábyrgdast persónliga og óavmarkað, verða nevnd kapitalfeløg. Partafeløg skulu hava ein felagskapital uppá í minsta lagi kr., og smápartafeløg skulu hava ein felagskapital uppá í minsta lagi kr. Vinnufelagalógin hevur harumframt reglur um m.a. stovnan av kapitalfeløgum, kapitalpartar og eigarayvirlit v.m., umsetiligheitsavmarkingar og útloysan, aðalfund, leiðslu kapitalfelagsins v.m., starvsfólkaumboðan, grannskoðan og rannsókn, kapitalhækkan, kapitalfrágongd, egnar kapitalpartar, veitan av fíggjarligari hjálp við egnum ognum kapitalfelagsins, avtøku kapitalfelagsins, samanlegging og kloyving, umskapan, yvirtøkutilboð í partafeløgum, sum hava partabrøv upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði ella einum øðrum marknaði, deildir hjá útlendskum kapitalfeløgum, landspartafeløg, partnarafeløg, endurgjald v.m. Endamálið við nýggju vinnufelagalógini, sum kom í gildi í 2012, var m.a. at føroyskur vinnufelagarættur skal vera aljóða kappingarførur soleiðis, at tað ikki verða sett strangari krøv í Føroyum enn í øðrum londum, at samansjóða reglurnar fyri parta- og smápartafeløg mest møguligt, og í stóran mun at skapa einfaldgering fyri einstaka vinnufelagið, t.v.s at strika eina røð av fyrr galdandi formforskriftum. Lógin liberaliseraði krøvini til kapitalfeløg og serliga kapitalkrøvini: 1. Minsta kapitalkravið til smápartafeløg varð broytt frá kr. til kr. og kapitalurin í einum partafelag skal eins og áður vera í minsta lagi kr, men nú krevst bert, at 25% av nominella felagskapitalinum verður inngoldin, tó ikki minni enn kr. Verður yvirkursur ásettur, skal allur yvirkursurin inngjaldast. Verður allur felagskapitalurin, ella partur av hesum, inngoldin við øðrum enn reiðum peningi, skal tó allur felagskapitalurin inngjaldast. 2. Aðalfundurin kann, eftir at fyrsti ársroknskapurin er latin, heimila høvuðsleiðslu felagsins at taka avgerð um útlutan av serligum vinningsbýti. 3. Markið fyri partafelag fyri útvegan av egnum kapitalpørtum uppá 10% av partafelagskapitalinum varð strikað. Samstundis gjørdist rættarstøðan hesum viðvíkjandi tann sama fyri smápartafeløg sum fyri partafeløg. 4. Forboðið móti sjálvfígging varð tikið av. Eru nakrar nærri ásettar treytir loknar, kann eitt kapitalfelag beinleiðis ella óbeinleiðis lata pening vera til taks, veita lán ella veita trygd í sambandi við, at triðimaður útvegar sær kapitalpartar í felagnum ella móðurfelagi tess. 39/159

40 ES- vinnufelagarættur Føroyska vinnufelagalóggávan, og eisini partafelagslógin, sum varð sett í gildi her í 1993, inniheldur eina røð av reglum, sum hava sín uppruna í ES vinnufelagarættinum. Meðan reglurnar um smápartafeløg í ES/EBS - limalondunum í stóran mun ikki eru tillagaðar (harmoniseraðar), eru reglurnar í limalondunum um partafeløg í stóran mun tillagaðar við direktivum frá ES. Tað er serliga farið fram á kapitaløkinum, har tillagingin er farin fram gjøgnum kapitaldirektiv 77/91 (2. vinnufelagadirektivið) soleiðis, sum hetta varð liberaliserað við direktivi 2006/68. Hini norðurlondini, og onnur ES/EBS limalond við, hava nýtt møguleikarnar, sum eru í kapitadirektivinum og broytingardirektivinum, at bjóða feløgunum liberaliseraði kapitalviðurskifti. Eisini føroyska vinnufelagalógin hevur í sær reglur um frælsari kaptalviðurskifti, sbr. omanfyri, sum hava sín uppruna í nevnda kapitaldirektivi og broytingardirektivi. Harummframt hevur gongdin í ES/EBS- vinnufelagarættinum við sær, at tað innanfyri ES/EBS ber til at stovna eitt vinnufelag í einum og hvørjum limalandi, hóast felagsins virksemi fult og heilt fer fram í einum øðrum limalandi. Tað merkir, at vinnufeløgini kunnu velja at lata seg skráseta har, sum treytirnar í m.a. vinnufelagalóggávuni eru lagaligast, og koma undir lóggávuna í skrásetingarlandinum, hóast hesi vinnufeløg einki vinnuligt virksemi hava í skrásetingarlandinum. Hetta hevur havt sum avleiðing stóra øking av vinnufeløgum, sum eru skrásett í einum ES/EBSlandi, men sum fult og heilt hava sítt vinnuvirksemi í einum øðrum ES/EBS- limalandi. Tað hevur havt við sær kapping millum rættarskipanirnar í ymsu limalondunum viðvíkjandi vinnufelagarættinum, og at fleiri ES/EBS- limalond, m.a. Danamark og Noreg, hava framt og áhaldandi fremja broytingar vinnufelagalóggávuni, til tess at lóggávan skal vera kapippingarfør. Hendan gongd hevur eisini týdning fyri føroyskan vinnufelagarætt. Í vinnufelagalógini eru ikki sett krøv um, at feløg, sum eru skrásett hjá Skráseting Føroya, skulu hava høvuðssæti ella vinnuligt virksemi her, men tílik krøv kunnu verða sett, og eru sett í t.d. alilógini. Hinvegin, um tað verða sett strangari krøv til føroyskt skrásett feløg enn í okkara grannalondum og samstarvslondum um t.d. kapitalviðurskifti, so hava føroyskt skrásett feløg ikki somu kappingartreytir, sum feløg í grannalondunum og samstarvslondum. Harumframt verður í ES/ EBS limalondunum áhaldandi arbeitt við at minka um umstingarligu byrðarnar innanfyri vinnufelagarætt, roknskap og grannskoðan við tí fyri eyga at einfaldgera vinnutreytirnar fyri evropeisk vinnufeløg. Á vinnufelagaøkinum snýr tað seg m.a. um færri krøv um frágreiðingar og skjalprógv í sambandi við samanleggingar og kloyvingar. Bakstøði fyri uppskotinum er tí eisini gongdin í ES/EBS og í grannalondunum viðvíkjandi vinnufelagarættinum.. 40/159

41 2. Vinnufelagalógin. Galdandi reglur og broytingaruppskot 2.1. Stovnan Galdandi rættur Í sambandi við stovnan av kapitalfelag, skal/skulu/ stovnarin/stovnararnir av kapitalfelag gera eitt stovningarskjal, sum umframt at innihalda felagsins viðtøkur, eisini skal innihalda eina røð av upplýsingum, m.a. um um avgerð er tikin um tað - at ársfrásøgn kapitalfelagsins ikki skal verða grannskoðað, um kapitalfelagið kann velja frá grannskoðan sambært ársroknskaparlógini ella aðrari lóggávu. Viðtøkurnar innihalda eisini eina røð av upplýsingum, heruppií hvør leiðslusskipan er vald. Eitt kapitafelag kann annaðhvørt verða stovnað kontant ella verða stovna við innskoti við øðrum virðum enn reiðum peningi, t.e. apportinnskot. Við vinnufelagalógini gjørdist møguligt at nýta partvísa inngjaldan av felagskapitalinum í førum, tá innskotið er kontant innskot. Til eina og hvørja tíð skal 25 prosent av felagskapitalinum vera inngoldin, tó í minsta lagi kr. Verður yvirkursur ásettur, skal allur yvirkursurin inngjaldast, líka mikið, um partur av felagskapitalinum ikki verður inngoldin. Gjaldast skal inn í mun til hvønn einstakan kapitalpart. Verður allur felagskapitalurin, ella partur av hesum, inngoldin við øðrum enn reiðum peningi, skal allur felagskapitalurin tó gjaldast. Verður skotið inn við øðrum enn reiðum peningi, t.d. við innskotið av eini verandi fyritøku ella við einum kapitalposti við avgerandi ávirkan í eini aðrari fyritøku, skal gerast metingarfrágreiðing, sum m.a. skal innihalda ein byrjunarjavna. Endamálið er at verja kravánarar og minnilutakapitaleigarar. Í staðin fyri metingarfrágreiðing kann gerast ein leiðsluváttan, um kapitalfelagsins seinasta árs- ella samtøkuroknskapur inniheldur upplýsingar um ognir, sum eru individuelt máldar og settar upp. Stovnanin kann hava roknskaparligan virknað aftur í tíð. Uppskot Mannagongdin fyri stovnan av kapitalafelag heldur fram, tó verður skotið upp, at tað verður nágreinað, at upplýsing um, at felagsins ársroknskapur ikki skal grannnskoðast eisini skal fevna um ein møguligan samtøkuroknskap. Harumframt verður tað nágreinað, hvat skal upplýsast í viðtøkunum um felagsins leiðslustovnar. Kravið um fulla rindan av møguligum yvirkursi, hóast bert 25 pst. av kapitalinum verður rindaður, kann gera, at tað verður minni áhugi fyri at nýta hendan møguleikan. Við vinnufelagalógini varð valt at fylgja ES/EBS krøvum viðvíkjandi vinnufeløgum. Kravið um fulla rindan av yvirkursi hevur støði í 2. ES- vinnufelagadirektivinum, sum bert er galdandi fyri partafeløg. Skotið verður upp, at í sambandi við stovnan av smápartafelag er bert krav um rindan av 25 pst. av møguligum yvirkursi, sbr. eisini niðanfyri um kapitalkrøv. Tó skal altíð í minsta lagi kr. verða inngoldið. Byrjunarjavni, sum skal vera við í metingarfrágreiðingini, hevur avmarkað virði í førum, tá kapitalfelagið verður stovnað við innskoti av einum kapitalposti við avgerandi ávirkan, í mun til kostnaðin av at gera byrjunarjavnan. Skotið verður tí upp, at byrjunarjavni ikki nýtist at vera við 41/159

42 í metingarfrágreiðingini, tá eitt kapitalfelag verður stovnað við innskotið av einum kapitalposti við avgerandi ávirkan. Tað verður tó framvegis krav um byrjunarjavna, tá eitt kapitalfelag verður stovnað við innskoti av eini verandi fyritøku. Tað verður harumframt skotið upp, at nágreina ásetingina um, nær ein leiðsluváttan kann koma ístaðin fyri metingarfrágreiðing. Eisini verður skotið upp, at tað skal verða møguligt at stovna felag við við roknskaparligum virknaði aftur í tíð, tá stovnanin fer fram við innskotið av einum avgerandi eigaraparti í eini aðrari fyritøku soleiðis, at ásetingin ikki er avmarkað til kapitalfeløg, men eisini fevnir um aðrar løgfrøðiligar persónar Kapitalkrøv Galdandi reglur Minsta kapitalkravið fyri partafeløg er í dag kr. og fyri smápartafeløg og kr. Í kapitalfeløgum kann felagskapitalurin verða inngoldin partvíst soleiðis, at tað skal inngjaldast í minsta lagi 25 pst. av felagskapitalinum, tó í minsta lagi kr. Av sæst, at samstundis hevur leiðslan í einum kapitalfelagi ábyrgdina av, at kapitaltilbúgving kapitalfelagsins til eina og hvørja tíð er fullgóð, heruppií at nóg mikið av gjaldføri er til at nøkta verandi og komandi skyldur kapitalfelagsins, so hvørt sum tær fella til gjaldingar. Kapitalfelagið hevur sostatt til eina og hvørja tíð skyldu til at meta um fíggjarligu støðuna og tryggja, at verandi kapitaltilbúgving er fullgóð. Verða hesar skyldur settar til viks, hevur tað við sær endurgjaldsábyrgd fyri limirnir í leiðslu felagsins, um vanligu treytirmar fyri at áleggja endurgjalsdábyrgd eru til steðar. Eftir 2. ES- vinnufelagadirektivinum skulu ES/EBS- limalondini seta krav um, at partafeløg skulu hava ein teknaðan kapital uppá í minsta lagi evrur, t.v.s. uml kr. Ásetingarnar um partafelagskapital í 2. ES- vinnufelagadirektivinum eru ikki bindandi fyri Føroyar, men mett hevur verið, at føroyska vinnufelagalóggávan eigur at samsvara við lóggávuna í grannalondunum, sum øll annaðhvørt eru ES ella EBS- lond. Smápartafeløg eru ikki fevnd av kapitaldirektivinum, og fyri smápartafeløg er talan sostatt um kapitalkrøv, sum eru ásett nationalt. Uppskotið Við vinnufelagalógini varð kapitalkravið til smápartafeløg lækkað frá kr. til kr., men er framvegis hægri enn í londunum við vanliga samanbera okkum við. Gongdin í Evropa er, at fleiri lond velja at strika ella lækka minstakravið fyri smápartafeløg. Í Onglandi er t.d. møguligt at stovna eitt vinnufelag við 1 enskum pundi. Hetta kemst m.a. av, at sleppast kann uttanum nationala lóggávu við at stovna deild av útlendskum felag frá einum landi, har tað ikki verða sett kapitalkrøv, t.d. Ongland og Írland. 42/159

43 Í Danmark varð minsta kapitalkravið fyri smápartafeløg lækka í 2013 frá kr til kr. Noreg lækkaði lækkaði í 2011 minsta kapitalkravið fyri smápartafeløg frá n. kr. til n. kr. Ísland hevur leingi havt eitt minsta kapitalkrav fyri smápartafeløg uppá ísl. kr. (uml d. kr.). Í Onglandi og Írlandi er einki minstakrav um felagskapital fyri feløg, sum líkjast føroyska smápartafelagnum.. Bakstøðið fyri at varðveita eitt minstakrav fyri smápartafeløg er m.a. ynski um at signalera, at kapitaleigarin ella kapitaleigararnir í forhond hava valt at skjóta eina uppædd inn í felagið sum fíggjarligt grundarlag í byrjunarfasuni. Hesi viðurskiftini kunnu viðvirka til, at styrkja álitið í mun til starvsfólk og kravánarar. Spurningur kann tó setast við, um eitt kapitalkrav uppá kr. er ein nóg stór upphædd at vera ein reel trygd fyri felagsins kravánarar. Moderniseringudvalget, sum gjørdi grundarlagið undir donsku selskabsloven frá 2009, lat í 2008 álit frá sær Modernisering af selskabsretten, betænkning 1498, novembur 2008, metti, at skylda leiðslunnar at ansa eftir, at kapitaltilbúgving kapitalfelagsins til eina og hvørja tíð er fullgóð, heruppií at nóg mikið av gjaldføri er til at nøkta verandi og komandi skyldur kapitalfelagsins, so hvørt sum tær fella til gjaldingar, og skylda kapitalfelagsins til eina og hvørja at meta um fíggjarligu støðuna og tryggja, at verandi kapitaltilbúgving er fullgóð, er eitt betur amboð til tað. Harumframt vísti eftirmetingin í 2013 av donsku vinnufelagalógini, at lækkanin í 2009 av kapitalkravinum frá kr. til kr. ikki hevði havt tann virkna, ið ætlaður var, at tað fór at verða stovna munandi fleiri vinnufeløg. Vísandi til frammanfyri standandi verður skotið upp, at tað fyri smápartafeløg bert skal galda eitt legalt minstamark fyri felagskapitalin í smápartafeløgum uppá kr. Tað áliggur framvegis leiðsluni at meta um, hvørt felagið hevur eina forsvarliga kapitaltilbúgving at lúka verandi og komandi skyldur. Metingin av stødini av felagskapitalinum inngonguur í hesa meting. Uppskotið um at linka kapitalkravið skal eisini síggjast í tí høpinum, at tað samstundis verður skotið upp, at strika møguleikan at stovna nýggj vinnufeløg við avmarkaðari ábyrgd, fevnd av lóg um ávísar vinnnurekandi fyritøkur. Fyri partafeløg verður verandi krav um felagskapital uppá í minsta lagi kr varðveitt. Eisini verður skotið upp, at møguleikin at útskjóta inngjaldingina av felagskapitalinum verður varðveittur, tó soleiðis, at tað skal inngjladast í minsta lagi 25 pst. av felagskapitalinum og í minsta lagi kr. Fyri smápartafeløg verður skotið upp, at tað bert verður krav um, at møguligur yvirkursur skal verða inngoldin 25 pst. av yvirkursinum, tí kravið um at møguligur yvirkursur skal verða inngoldin 100 pst. í royndum kann verða ein forðing fyri nýtsluna av tí smidleika, sum varð ætlaður við reglunum um partvísa inngjaldan av felagskapitalinum. Broytingin, sum skotin er upp, verður nýtt bæði í sambandi við stovnan og í sambandi við kapitalhækkan. 43/159

44 Fyri partafeløg verður tað framvegis krav um, at møguligur yvirkursur skal verða fult inngoldin. Verður allur felagskapitalurin, ella partur av hesum, inngoldin við øðrum enn reiðum peningi, skal bæði í parta- smápartafeløgum allur felagskapitalurin gjaldast Íverksetarafeløg Galdandi regur Tað er í dag ikki møguligt at stovna eitt vinnufelag uttan kapitalkrav við teimum sermerkjum, sum eyðkennir eitt smápartafelag. Vil nakar stovna eitt vinnufelag við avmarkaðari ábyrgd uttan kapitalkrav, kann tað eftir galdandi reglum verða stovnað eitt felag við avmarkaðari ábyrgd eftir vinnufyritøkulógini. Hetta slagi av fyritøkum krevur, at tað eru í minsta lagi tveir luttakarar, meðan ein perósónur kann eiga eitt kapitalfelag. Harumframt er tað eitt krav, at fyritøkan skilir seg munandi frá einum parta- ella smápartafelag. Smápartafeløg uttan legalt minstakapitalkrav hava leingi verið nýtt í t.d. Onglandi og Írlandi, utttan at tað tykist at hava verið serligir trupulleikar av tí. Gongdin í ES bendir á, at alt fleiri ESlimalond fara at fylgja hesum, t. v. s. annaðhvørt at strika ella lækka kapitalkravið fyri smápartafeløg. Uppskot Eitt vinnufelag við avmarkaðari ábyrgd eftir vinnufelagalógini merkir, at eigarin/eigararnir til eina og hvørja tíð bert ábyrgdast við felagsins til eina og hvørja tíð verandi kapitali. Skotið verður upp, at tað skal verða møguligt at stovna íverksetarafelag við avmarkaðari ábyrgd. Eitt íverksetarafelag er eitt serligt slag av smápartafelag, og er sostatt fevnt av reglunum í vinnufelagalógini um smápartafeløg uttan so, at annað staðiliga er ásett. Tað serliga fyri íverksetarafeløg er, at tað galda serreglur viðvíkjandi felagsins kapitalviðurskiftum. Skotið verður upp, at tað bert skal vera eitt krav um, at íverksetarafelagið hevur ein kapital uppá 1 kr. soleiðis, at tað í minsta lagi er ein kapitalpartur í vinnufelagnum. Harumframt verður skotið upp, at tað áliggur íverksetarafelagnum, at seta av til bundnan tiltakspening í minsta lagi 25 pst. av felagsins yvirskoti til at byggja upp felagsins kapitalgrundarlag. Umframt tað kann felagið ikki útluta útbýti, áðrenn íverksetarafelagsins felagskapitalur og tiltakspeningur tilsamans er kr. Við at nýta íverksetarafelagið er tað soatatt møguligt hjá kapitaleigaranum ella kapitaleigarunum at spara upp til at lúka kravið um felagskapital uppá í minsta lagi kr. Málbólkurin fyri íverksetararfelagnum er íverksetarar, sum hava hug at seta gongd á fyritøku, sum hevur handilsligar møguleikar, men sum í byrjanini ikki hevur tørv á størri kapitalgrundarlagi. Hesin málbólkur fær nú í boði ein møguleika at byrja fyritøku innanfyri vinnufelagarættarligar rammur við fíggjarliga avmarkaðari ábyrging. 44/159

45 Harumframt hevur vinnufelagalógin við sær, at tað verða sett krøv til leiðsluna, heruppí at tað verður tryggjað ein forsvarlig kapitaltilbúgving og opinleki. Eisini inniheldur materiella reguleringin fleiri fyrimunir fyri almenningin, m.a. stórt gjøgnumskygni, t. v. s. ger og almannkunngerðing av árfrásagnum eftir ársroknskarlógini. Vísir tað seg, at fyritøkan hevur vakstramøguleikar, kann fyritøkan innanfyri rammurnar av vinnufelagalógini mennast og harvið umskrásetrast til smápartafelag, ella eftir hondini verða umskapað til partafelag. Tað er hinvegin ikki møguligt, at smápartafelag verður umskrásett til íverksetarafelag. Uppskotið um íverksetarafelag og lagarligaru kapitalkrøvini fyri hesi feløg skal eisini síggjast í tí høpi, at tað samstundis verður skotið upp at strika møguleikan at stovna nýggjar fyritøkur við avmarkaðari ábyrgd, fevnd av vinnufyritøkulógini. Hóast lagaligari kapitalkrøv fyri íverksetarafeløg fylgir tað av vinnufelagalógini, at leiðslan til hvørja tíð hevur skyldu at ansa eftir, at kapitaltilbúgving kapitalfelagsins til eina og hvørja tíð er fullgóð, heruppií at nóg mikið av gjaldføri er til at nøkta verandi og komandi skyldur kapitalfelagsins, so hvørt sum tær fella til gjaldingar, og at kapitalfelagið sostatt til eina og hvørja tíð hevur skyldu til at meta um fíggjarligu støðuna og tryggja, at verandi kapitaltilbúgving er fullgóð Talgilt samskifti Skráseting Føroya samskiftir sbrt. vinnufelagalógini fyrst og fremst við kapitalfeløg, bæði stór og smá, við limir í felagsins leiðslu, felagsins grannskoðara, um ein tílíkur er, sakførarar og aðrar ráðgevarar, sum virka vegna felagið um ítøkilig mál viðvíkjandi fráboðanum og skrásetingum o.a. umframt vegleiðing. Skráseting Føroya førir eina almenna skrá yvir øll kapitalfeløg, sum eru fevnd av vinnufelagalógini, t. v.s. smápartafeløg og partafeløg, heruppií partnarafeløg við heismstaði í Føroyum. Eisini deildir hjá ávísum útlendskum feløgum, sum reka virksemi gjøgnum eina deild í Føroyum, verða skrásett. Skráðin inniheldur ein røð av upplýsingum um tey fevndu feløgini, heruppí um stovnanina av felagnum, leiðslu, grannskoðara, um ein tílíkur er, endamál, tekningarreglur og felagskapital, heruppií broytingar, sum eru farnar fram síðani. Skrásettu upplýsingarnar eru alment atkomuligir. Skjøl, sum hoyra til stovningarskjal, viðtøkur o.a. eru eisini alment atkomulig. Eisini verða ávísar fráboðanir o.a. frá feløgunum verða almennagjørdar í kt- skipan Skráseting Føroya, t.d. áheitan til felagsins áognarar um at fráboða krøv í sambandi við ávísar kapitallækkanir, avtøku, samanlegging ella kloyving. Endamálið við uppskotinum er at seta inn í lógina heimild til at seta krav um, at samskifti millum vinnufyritøkur og Skráseting Føroya viðvíkjandi viðurskiftum, fevnd av vinnufelagalógini, skal fara fram talgilt. 45/159

46 2.5. Skráseting av smærri nøgd av handhavapartabrøvum Bakstøði Eftir galdandi reglum í vinnfelagalógini hava myndugleikarnir ikki atgongd til eigaraupplýsingar viðvíkjandi handhavapartabrøvum, t.v.s. partabrøv, sum eru givin út til handhavan. Tá komandi eigaraskrá yvir kapitaleigarar (eigaraskrá), sbr. 58 í vinnufelagalógini, verður sett í verk, fara upplýsingar um ein og hvønn, sum hevur ræði á kapitalpørtum í einum kapitalfelagi við í minsta lagi 5% av atkvøðurættinum hjá felagskapitalinum ella í minsta lagi er 5 % av felagskapitalinum, at verða alment atkomuligir í eigaraskránni, heruppií fyri myndugleikar. Serliga í sambandi við altjóða samstarv um skattaviðurskifti kunnu fara at verða altjóða atfinningar, at myndugleikarnir ikki hava atgongd til upplýsingar um eigarar, sum hava minni enn 5 prosent av atkvøðurættinum hjá felagskapitalinum ella minni enn 5 prosent av felagskapitalinum. Uppskotið hevur til endamál at tryggja, at Føroyar í stórst møguligan mun kann lúka skyldur í altjóða samstarvi um skattaviðurskifti. Seinastu árini hava bæði ES og OECD- stovnar og onnur altjóða fora havt fokus á, at tørvurin hjá serliga skattamyndugleikunum á at samstarva er økjandi, tí altjóða viðurskfti hava alt størri týdning. Tað er tí umráðandi, at skattamyndugleikarnir í londunum kunnu fáa atgongd til serliga bankaupplýsingar og upplýsingar um felagakonstruktiónir o. l. frá útlandinum. Global Forum on Transparency and Exchange of Information for Tax Purposes skal tryggja, at øll OECD- lond, týðandi fíggjarmiðdeplar og lond, sum annars ynskja tað, býta um upplýsingar um skattaupplýsingar um skattaviðurskifti eftir einum globalt viðurkendum standardi. Endamálið við hesum uppskotinum um broyting av ásetingunum í vinnufelagalógini um handhavapartabrøv er at tryggja, at Føroyar, sum tann parturin, ið verður biðin um at lata upplýsingar ella at veita aðra hjálp á skattaøkinum, kann lúka skyldurnar eftir altjóða krøvum. Uppskot Upplýsingar um navnakapitalpartar, sum verða givnir út uppá navn á partaeigarum ella smápartaeigarum, skal sbrt. galdandi reglum í byrjunarstøði síggjast í felagsins eigarabók, sum er eitt samla yvirlit yvir allar persónar, um partabrøv ella smápartar í viðkomandi felag. Hesir upplýsingar skulu sum meginregla fráboðast til eigaraskránna, tá skráðin fer at virka. Upplýsingarnar verða sostatt alment atkomuligir í eigaraskránni, men longu í dag hava almennir myndugleikar sbrt. vinnufelagalógini atgongd til upplýsingarnar við at venda sær til felagið. Í dag kunnu handhavapartabrøv bert gevast út í partafeløgum, og eru tey eyðkend av, at tað at hava partabrævið í hondum í sjálvum sær er nóg góð legitimatión fyri eigaraskapinum. Handhavapartabrøv geva sostatt í byrjunarstøðu partaeigaranum møguleika fyri at vera anonymur eisini mótvegis felagnum. Møguleikin at vera anonymur er tó bert galdandi til eitt ávíst mark, tí verandi reglur í vinnufelagalógini um eigaraskrá hava við sær, at øll, sum hava í hendi partabrøv ella smápartar, sum eru í minsta lagi 5 pst. av atkvøðurættinum hjá felagskapitalinum ella eru í minsta lagi 5 pst. av felagskapitalinum íroknað hanhavapartabrøv skulu skrásetast í eigaskránni, sum Skráseting Føroya skal stovna. 46/159

47 Eftir galdandi reglum skulu upplýsingar um hvørjar kaptalpartar havast í hendi uttan mun til stødd o.a. í byrjunarstøðu síggjast av eigarabókini hjá einstaka felagnum. Felgsins eigarabók skal vera atkomulig hjá alemennum mynduleikum. Tá eigaraskráðin verður sett í verk, skal felagið fráboða til eigaraskránna upplýsingar um kapitaleigarar við í minsta lagi 5 pst. av atkvøðurættinum hjá felagskapitalinum ella í minsta lagi 5 pst. av felagskapitalinum soleiðis, at einstøku eigararnir kunnu eyðmerkjast. Tað er galdandi bæði fyri navnakapitalpartar og handahavakapitalpartar. Upplýsingar um kapitalpartar uppá í minsta lagi 5 pst. verða sostatt alment atkomuligir í eigaraskránni. Upplýsingar um kapitalpartar undir 5 pst. kunnu sum higartil síggjast í felagsins eigarabók. Tað verða tó ikki í eigarbókini hjá einstaka felagnum upplýsingar um identitetin á kapitaleigarum av handhavapartabrøvum, tí hesi eru eyðkent av vera givin út til hanhavan. Við øðrum orðum sæst tað bert, at tað eru givin út handhavapartabrøv, men tað sæst ikki hvør eigur. Tað verður ikki skotið upp, at broyta reglurnar um upplýsingar í felagsins eigarabók, tá eitt tílikt krav um eigaraupplýsingar í eigarabókini fyri eigaraskap av handhavapartabrøvum undir 5 pst. í royndum hevði verið tað sama sum at avtikið handhavapartabrøv. Fyri at tryggja upplýsingar um eigarar av handhavapartabrøvum undir markið uppá 5 pst., verður tí innsett nýtt krav til einstøku partaeigararnar. Eftir uppskotinum skal ein eigari av handhavapartabrævi skráseta seg í eigaraskránni við upplýsingum, sum kunnu eyðmerkja viðkomandi. Hetta hevur við sær, at upplýsingar um eigaraviðiurskifti viðvíkjandi handhavapartabrøvum uppá minni enn 5 pst. umvegis eigaraskránna verða atkomuligar fyri almennar myndugleikar, heruppií Fíggjarmálaráðið og TAKS. Uppskotið tryggjar atgongd til upplýsingar fyri almennar myndugleikar, í tann mun tað er neyðugt, men upplýsingarnar verða ikki atkomuligir fyri almenningin, heldur ikki fyri tað felagið, sum hevur givið partabrævið út. Broytingarnar eru sostatt avmarkaðar til tær broytingar, sum eru neyðugar til tess at lúka altjóða krøv. Fíggjarmálaráðið hevur upplýst, at til tess at lúka nevndu altjóða krøv er eisini skattalógin broytt við løgtingslóg nr. 95 frá 15. september 2014 um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, sbr. eisini løgtingsmál nr. 2/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (FATCA o.a.). Fíggjarligar avleiðingar Roknað verður við, at uppskotið hevur bert minni fíggjarligar og umsitingarligar avleiðingar við sær fyri tað almenna. Tað verða nakrar útreiðslur í sambandi við at menna eigaraskránna. Roknað verður við, at eigaraskráðin kann verð sett í verk í.... Umsitingarligar avleiðingar Uppskotið hevur við sær, at eigarar av handhavapartabrøvum skulu lata seg skráseta í kt- skipan Føroya. Skyldan er bert galdandi fyri eigarar av handhavapartabrøvum, sum ikki eru partabrøv upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði. Tá tilsvarandi skylda varð sett inn í donsku selskabsloven, varð mett at umstingarligu byrðarnar fyri vinnuna av at skráseta vóru avmarkaðir, m.a. tær upplúysinar, ið skuldu latast Erhvervsstyrelsen, eru av tílíkum slag, at ta ikki hevur við sær serliga tíðarkrevjandivirksemi í vinnufyritøkunum, og fíggjarligu avleiðingarnar fyri vinnuna vóru tí eisini mettar at verða avmarkaðar. 47/159

48 2.6. Aðalfundur Galdandi reglur Aðalfundurin er tað forum, har kapitaleigararnir hava rætt at luttaka og taka avgerðir viðvíkjandi kapitalfelagnum. Við vinnufelagalógini vórðu framdar ein røð av broytingum viðvikjandi krøvum og mannagongdum í sambandi við aðalfundin í kapialfeløgum, heruppií, ein røð av nágreinilgum krøvum um hvussu aðalfundurin skal fara fram. Ásetingin um fráboðan og luttøku á aðalfundinum í partafeløgum, sum hava partabrøv upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði, inniheldur ávikavist eina skrássetingarfreist og eina fráboðanarfreist. Í lógini er ásett eitt krav um, at skrásetingardagsetingin er 1 vika, áðrenn aðalfundurin verður hildin. Hendan skrásetingarfreistin er obligatorisk. Fráboðarfreistin er hinvegin sjálvboðin, tó skal tað verða ásett í viðtøkunum, at fráboðanarfreistin skal verða nýtt. Ásett kann vera í viðtøkunum, at fráboðanarfreistin er 3 dagar fyri aðalfundin. Partafeløg, sum ikki hava partabrøv upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði, og smápartafeløg, kunnu velja at taka skrásetingarfreist og fráboðanarfreist uppí viðtøkurnar. Higartil hevur verið roknað við, at verður ein áseting um fráboðan sett í viðtøkurnar, so verður ásetingin um skrásetingarfreist eisini nýtt. Uppskot Tørvur er á, at náðgreina ásetingina um rætt kapitaleigarans at luttaka og at atkvøða á aðalfundi Det foreslås derfor at forenkle de i selskabsloven fastsatte formkrav til fuldmagter, således at der ikke stilles særlige tids- og indholdsmæssige formkrav til fuldmagter, der gives til selskabets ledelse. Nakrar av ásetingunum um aðalfund umfata partafeløg, sum hava partabrøv upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði. Fyri hesi partafeløg, verður rættur partaeigarans at luttaka á aðalfundi og at atkvøða í sambandi við partabrøv síni ásettur í mun til tey partabrøv, sum partaeigarin eigur skrásetingardagsetingina. Skrásetingardagsetingin er 1 vika, áðrenn aðalfundurin verður hildin. Hendan freistin er skeringsdagur fyri, hvør kann luttaka og atkvøða á aðalfundinum. Ásett kann vera í viðtøkunum, at luttøka partaeigarans í aðalfundinum í seinasta lagi 3 dagar fyri aðalfundin skal vera fráboðað partafelagnum. Skotið verður upp, at partafeløg, sum ikki hava partabrøv upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði, og smápartafeløg fáa møguleika til, at velja, um ásetingarnar um skrásetingarfreist og fráboðnarfreist skulu verða nýttar. Eftir uppsksotinum verður tað møguligt fyri hesi feløg at velja, at bert ásetingin um fráboðanarfreist skal verða nýtt. Við hesum fáa feløgini størri fleksibilitet at skipa aðalfundin á ein hátt, sum feløgini meta skilabet fyri viðkomandi felag. 48/159

49 Skotið verður upp, at verður nágreinað, at partafelagsins egnu kapitalpartar og dótturfelagsins kapitalpartar í móðurfelagnum ikki telja við í uppgerðina av, um ein ávísísur eigarapartur ella atkvøðupartur er rokkin Máltal og politikk fyri kvinnur í leiðsluni fyri partafeløg Galdandi regur Í galdandi vinnufelagalóg eru í løtuni eingi krøv um, hvussu kynssamansetingini í evstu leiðsluni skal vera. Uppskot Skotið verður upp, at krøvini fara at galda fyri stór feløg í roknskaparflokki C og øll feløg í roknskaparflokki D. Stór feløg í roknskaparflokki C eru feløg, sum fara upp um tvey av teimum trimum mørkunum í ársroknskaparlógini fyri miðalstór feløg: Ein javna upp á 143 mió. kr, ein nettoumseting upp á 286 mió. kr., og í miðal 250 fulltíðarstarvsfólk ella fleiri. Roknskaparflokkur D er galdandi fyri feløg, sum hava virðisbrøv, upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði í einum ES/EØS-landi, umframt almenn partafeløg. Uttan mun til støddina eru hesi feløg altíð fevnd av víðkaðu reglunum í roknskaparflokki D. Uppskotið undantekur feløg, har upplýsingarnar frammanundan eru latnar á samtaksstøði, sbr. viðmerkingarnar til 1 í uppskotinum. Hetta er grundað á, at upplýsingar, sum knýta seg at eini fyritøku, ið er partur av einum samtaki, eru partur av roknskapi móðurfelagsins. Á henda hátt fæst neyðuga gjøgnumskygni fyri allar fyritøkur í samtakinum. Ásett eitt bagatellmark í mun til, hvørjar fyritøkur skulu gera ein politikk fyri at økja talið av undirumboðaða kyninum á øðrum leiðslustigum í fyritøkuni. Einans fyritøkur, ið hava 50 starvsfólk ella fleiri, hava skyldu til at gera slíkan politikk. Bagatellmarkið er grundað á, at tað verður ikki mett skilagott at seta krøv um slíkan politikk fyri fyritøkur, sum hava avmarkað starvsfólkatal, av tí at innihaldið í politikkinum nett hevur samband við starvsfólkatalið. Skotið verður upp, at álagt verður almennum partafeløgum, feløg, sum hava kapitalpartar, skuldarinstrument ella onnur virðisbrøv, upptikin til handils á einum regluleraðum marknaði í einum ES/EØS-landi, og stórum feløgum at áseta máltal fyri partinum av undirumboðaða kyninum í evstu leiðslu, t.e. vanliga nevndin. Tað eru fyritøkurnar sjálvar, sum skulu seta upp máltalið við fyriliti fyri teimum viðurskiftum, sum eru galdandi í einstøku fyritøkuni, og tað stendur sostatt fyritøkunum frítt fyri at avgera, hvat er eitt realistiskt máltal. Á henda hátt verður fyrilit eisini havt fyri, at stórur munur er á ymsu vinnugreinunum. Ávísar vinnugreinar eru meira áhugaverdar fyri kvinnur enn aðrar, og tað kann tí vera óheppið, um máltalið er tað sama fyri øll. Skotið verður harumframt upp, at somu fyritøkur skulu hava ein politikk fyri at økja um talið av undirumboðaða kyninum á øðrum leiðslustigunum í fyritøkuni. Hetta er tó ikki galdandi fyri 49/159

50 fyritøkur, ið hava 50 starvsfólk ella fleiri, sí serligu viðmerkingarnar til 1-3 og 5-8 í uppskotinum. Við hesum uppskoti verður ásett revsing við bót, um ein fyritøka ikki hevur sett upp eitt máltal ella gjørt ein politikk. Viðmerkjast skal í hesum sambandi, at uppskotið ikki hevur til endamáls at áleggja sanktiónir, um ein fyritøka ikki røkkur máltalinum, sum hon sjálv hevur sett. Endamálið við uppskotinum er, at fyritøkurnar skulu vera framsóknar og realistiskar í sínum málsetningum. Verða santiónir ásettar, um so er, ein fyritøka ikki røkkur settu málunum, fer tað ikki at eggja fyritøkuni at seta upp framsøkin mál. Sí viðmerkingarnar til 1 niðanfyri. Eitt býtið, sum er 40/60 prosent, verður mett at vera javnt. Kynið, ið er umboðað við ávikavist 40 og 60 prosentum, hevur ikki týdning. Eingin skylda er at seta upp máltal og gera ein politikk, um kynsbýtið er javnt, t.e. eitt býti, sum er í minsta lagi 40 prosent kvinnur ella 40 prosent menn. Um so er, skal upplýsingin um, at kynsbýtið er javnt, standa í leiðslufrágreiðingini, sum er partur av ársfrásøgnini, sbr. 99 b, stk Endamálið við nýggju reglunum er at skapa javna atgongd fyri menn og kvinnur til ovastu størvini í føroyskum fyritøkum. Succeskriteriet er sostatt, at talið av kvinnum í fyritøkuleiðslum veruliga er hækkað. Skotið verður upp, at fyritøkur, sum eru fevndar av reglunum, skulu greiða frá, hvussu setta máltalið verður rokkið. Greiðast skal m.a. frá, hví fyritøkan, um so er, ikki hevur rokkið setta máltalinum. Frágreiðingin skal fylgja somu meginreglum, sum fyritøkurnar nýta, tá ið greitt verður frá um samfelagsábyrgd. Hetta merkir m.a., at ein fyritøka kann um tað er ein móðirfyritøka lata upplýsingarnar fyri samtakið í samtaksroknskapinum og ikki lata upplýsingarnar í sínum egna ársroknskapi. Ein dóttirfyritøka, sum er partur av einum samtaki, og har móðirfyritøkan ger samtaksroknskap og í hesum roknskapi lýkur upplýsingarkrøvini fyri samtakið sum heild, kann sleppa undan at taka upplýsingarnar við í sína egnu ársfrásøgn. Við uppskotinum verður sett í gildi revsing við bót, um ein fyritøka ikki greiðir frá um setta máltalið og um, hvussu tað gongur at røkka hesum máli. Sí viðmerkingarnar til 4 í uppskotinum niðanfyri. Fyritøkurnar skulu harumframt greiða frá um politikk sín fyri at økja talið av undirumboðaða kyninum á øðrum leiðslustigunum í fyritøkuni. Gjørt verður greitt, at hesin politikkur er politikkur um samfelagsábyrgd, av tí at politikkurin snýr seg um javnstøðu millum kynini. Politikkurin er sostatt fevndur av galdandi áseting í ársroknskaparlógarinnar 99 a, sum ásetur, at fyritøkur í ársfrásøgnini skulu upplýsa um politikk sín um samfelagsábyrgd, hvussu hann verður framdur, og hvat er rokkið. Tað er, sum nevnt frammanundan, einans fyritøkur, ið hava 50 starvsfólk ella fleiri, sum hava skyldu til at gera ein politikk fyri at økja um talið av undirumboðaða kyninum. Sí viðmerkingarnar til 1-3 í uppskotinum. 50/159

51 2.8. Kapitalhækkan Galdandi reglur Reglurnar í vinnufelagalógini snúgva seg um, hvussu kapitalfelagsins felagskapitalur kann verða hækkaður og mannagondir í tí sambandinum. Kapitalfelagið kann hækka kapitalin við at tekna nýggjar kapitalpartar, flyta av felagsins tiltakspeningi til felagskapital við fondshækkan ella útskriva umbýtilig skuldarbrøv ella warrants. Í byrjunarstøðu er tað aðalfundurin, sum tekur avgerð um kapitalhækkan. Aðalfundurin kann tó taka avgerð um at heimila høvuðsleiðsluni (nevndini) at hækka felagskapitalin. Ein tílík heimilan kann verða givin fyri eitt ella fleiri tíðarskeið í upp til 5 ár í senn. Í sambandi við avgerðina um kapitalhækkan skal aðalafundurin taka avgerð um fleiri viðurskifti m.a. um ta minstu og ta størstu upphæddina, sum kapitalurin skal kunna verða hækkaður við, tekningarfreistina, og freistina fyri inngjaldan av kapitalpørtunum. Velur aðalfundurin at heimila høvuðsleiðsluni, skal tað verða sett ein áseting um hetta í viðtøkurnar, sum harumframt skulu tilskila fleri viðuskiftir m.a. um, hvør háttur at hækka felagskapitalin er heimilaður. Høvuðsleiðslan skal í sambandi við avgerð um kapitalhækkan á sama hátt sum tá aåalfundurin tekur avgerð, taka avgerð um fleri viðurskifti m.a. um ta minstu og ta størstu upphæddina, sum kapitalurin skal kunna verða hækkaður við. Uppskot Við vinnufelagalógini gjørdist møguligt undir ávísum treytum at inngjalda felagskapitalin partvíst. Tað gongur ikki greitt fram av galdandi reglum um kapitalhækkan, at tað eisini er møguligt at inngjalda partvíst í sambandi við kontanta kapitalhækkan. Eftir uppskotinum verður tað gjørt greiðari, at tað eisini er møguligt hjá aðalfundinum at taka avgerð um, hvørt tað tað kann inngjaldast partvíst. Um aðalfundurin heimilar nevndini, skal aðalfundirin í tí sambandinum taka avgerð um, hvørt tað kann inngjaldast partvíst. Tað kann sostatt ikki heimilast nevndini at taka avgerð um partvísa inngjaldan. Tey viðurskifti, sum aðalfundurin skal taka avgerð um í sambandi við avgerð um kapitalhækkan, eru somu viðurskifti, sum gera seg galdandi í teimum førum, har tað verður latin ein heimild til høvðusleiðluna. T.v.s. at nøkur viðurskifti skal aðalfundurin taka avgerð um í sambandi við, at heimildin verður latin, meðan hini viðurskiftini skal høvuðsleiðslan, vanliga nevndin, taka avgerð um í sambandi við avgerðina um kapitalhækkanina. Tað tykist tó við verandi orðingum av lógarinnar ásetingum um ávikavist aðalfundarinnar avgerð og høvuðsleiðslunnar avgerð ikki at vera samsvar millum innihaldið í avgerðunum. Skotið verður tí upp, at innihaldið í avgerðini hjá høvuðsleiðluni verður víðkað soleiðis, at tað á sama hátt, sum tá aðalfundurin tekur avgerð, skal takast avgerð um tekngingarfreistina, heruppií freistina fyri nýta fortekningsrættin, og freistina fyri inngjaldan av kapitalpøtunum, sbr. 1, nr. 69 í uppskotinum um at broyta /159

52 2.9. Kapitalfrágongd Galdandi rættur Kapitakfrágongd fevnir um tey føri, tá ognir fara úr felagnum uttan nakra mótveitan. Hetta kann fara fram við rindan av vanligum vinningsbýti, serligum vinningsbýti, útlutan í sambandi við niðurskriving av felagskapitalinum og sum útlutan í sambandi við, at felagið verður tikið av. Eftir galdandi reglum kunnu til serligt vinningsbýti bert verða nýttar ognir, sum ganga fram av felagsins seinast góðkendu ársfrásøgn ella ognir, sum er innvunnar í verandi roknskaparári. Vinnufelagalógin hevði við sær, at mannagongdin viðvíkjandi kapitallækkanum varð broytt munandi við tað, at tað var innsett sonevndar automatiskar fremjanir av kapitallækkingum, har tað er Skráseting Føroya, sum sjálvboðin fremur eina kapitallækkan til útgjaldan ella til avsetan til serligan tiltakspening uttan so, at skrásetingin áðrenn skrásetingina av fremjanini av lækkingini hevur fingið fráboðan um, at ætlaðað kapitallækkanin ikki skal verða framd automatiskt. Uppskot Skotið verður upp at nágreina, at í sambandi við rindan av serligum vinningsbýti kann verða nýtt innvunnið yvirskot og ikki bundin tiltakspeningur, sum eru íkomin ella eru vorðin fríðir eftir tað tíðarskeið, sum tað seinast er latin ársfrásøgn fyri undir teirri treyt, at upphæddin ikki longu er útluta, brúkt ella bundin. Fríðir tiltakspeningur, sum gongur fram av kapitalfelagsins seinast góðkendu ársfrásøgn, kann framvegis verða nýtturr til serligt vinningsbýti. Skipanin við automatiskum fremjanum av kapitallækkingum til at rinda út ella til at avseta til serligan tiltakspening hevur víst seg at vera ein góð mannagongd. Tørvur er tó á, at gera ávísar nágreiningar viðvíkjandi kapitallækkanunum, herundir serliga viðvíkjandi mannagongdini í sambandi við automatiskum fremjanum av kapitallækkingum. Skotið verður upp at nágreina, at tað er møguligt hjá feløgunum manuelt at fremja eina kapitallækkan til at rinda út ella til at avseta til serligan tiltakspening, tá fráboðanarfreist kravánaranna uppá 4 vikur er farin. Haruframt verður skotið upp at nágreina, at leiðslan hevur møguleika ikki bert at annullera eina kapitallækkan, sum varð ætlað at verða framd automatiskt, men at tað eisini kann takast avgerð um, at ein møgulig fremjan av kapitallækkanini skal verða framd manuelt. Velur leiðslan at kapitalækkanin skal verða framd manuelt, skal fráboðanin um skrásetingina um kapitallækkanina verða móttikin seinast 1 ár eftir avgerðina um kapitallækkanina, og seinast við endan av innlætingarfreistini fyri ta ársfrásøgn, sum inniheldur tíðspunktið fyri avgerðini um kapitallækkanina. Harummframt verður skotið upp at gera greiðari, nær leiðslan hevur skyldu at reagera mótvegis eini kapitallækkan, sum er ætlað at verða framd automatiskt. 52/159

53 2.10. Egnar kapitalpartar Galdandi rættur Við vinnufelagalógini gjørdist møguligt, at eisini smápartafeløg kunnu útvega sær egnar kapitalpartar. Fyri kapitalfeløg, sum útvega egnar kapitalpartar móti viðurlagi, skal viðurlagið fyri egnu kapitalpartar ikki verða størri enn felagsins óbundni tiltakspeningur, t.v.s. tær ognir, sum kunnu nýtast til serligt vinningsbýti. Vinnufelagalógin hevur havt við sær, at egnu kapitalpartar skilja seg frá sjálvfígging, har atliti til áognarar v.m. í stóran mun er tað sama. Fyri at kapitalfelag skal kunna veita lógliga sjálvfígging, er ein av treytunum, at sjálvfíggingin kann rúmast innanfyri óbundnu ognir felagsins sbrt. felagsins seinastu ársfrásøgn. Tað vil siga tær ognir, sum kunnu nýtast til vanligt vinningsbýti. Í sambandi við útvegan av egnum kapitalpørtum kann tað sum tað ikki kann, tá tað snýr serg um sjálvfígging - verða nýtt innvunnið yvirskot í verandi roknskaparárið. Uppskot Skotið verður upp, at tær ognir, sum kunnu nýtast til at útvega egnar kapitalpartar, bert eru ognir, sum eftir seinastu ársfrásøgn kunnu verða útgoldar sum vanligt vinningsbýti. Við hesum verður esini samljóð millum útvegan av egnum kapitalpørtum og sjálvfígging Samanlegging, kloyving og umskapan Galdandi reglur Galdandi reglur innihalda fleiri krøv, sum hava til endamál, at verja kravánarar og minnilutapartaeigarar í sambandi við samanlegging. Reglurnar um samanlegging eru í í vinnufelagalógini, sum eru meira ella minni einsljóðandi við reglurnar um kloyving. Eftir galdandi reglum eru í byrjunarstøði somu krøv til smápartafeløg sum til partafeløg við tað, at ásetingarnar um samanlegging í vinnufelagalógini eru tær somu bæði fyri partafeløg og smápatafeløg. Tað eru tó fleiri førum linari krøv fyri smápartafeløg, tí reguleringin av hesum ikki er fyriskipað í ES- direktivum. Tá galdandi reglur verða broyttar viðvíkjandi partafeløgum, fær hetta eisini virkna fyri smápartafeløg í tann mun vinnufelagalógin ikki longu hevur aðrar reglur fyri hesi feløg. Orsøkin til tað er, at atlitini eru tey somu fyri bæði sløgini av vinnufeløgum. Í dag skal eftir 238 í vinnufelagalógini gerast ein skrivlig frágreiðing, har greittt verður frá og grundgivið fyri samanleggingarætlanini. Frágreiðingin skal gerast og undirskrivast av høvuðsleiðsluni í felagnum (vanliga nevndin), og sendast inn til Skráseting Føroya í seinasta lagi samstundis við fráboðanina um fremjanina av samanleggingini, sbr. 251, stk. 1, í vinnufelagalógini. 53/159

54 Í smápartafeløgum kunnu smápartaeigararnir í semju gera av, at samanleggingarfrágreiðingin ikki skal gerast, sbr. 238, stk. 2, í vinnufelagalógini. Er samanleggingarætlanin undirskrivað meira enn 6 mánaðir eftir, at roknskaparárið, sum seinasta ársfrásøgn fyri kapitalfelagið viðvíkur, er endað, skal fyri viðkomandi kapitalfelag gerast ein millumjavni, sbr. 239 í vinnufelagalógini. Millumjavnin skal vera grannskoðaður, um felagið er fevnt av grannskoðanarskyldu. Í smápartafeløgum kunnu smápartaeigararnir í semju gera av, at millumjavnin ikki skal gerast, sbr. 239, stk. 2, í vinnufelagalógini. Eftir galdandi reglum skal í byrjunartstøði gerast ein metingarfrágreiðing frá sakkønum metingarfólki í sambandi við kapitalhækkan í verandi partafeløgum, ella um tað verður skapað eitt nýtt partafelag í sambandi við samanlegging, og innskotið er í øðrum virðum enn reiðum peningi, sbr. 240, stk. 1. Metingarfrágreiðing skal ikki gerast, um innskotið fer fram sum liður í eini samanlegging millum partafeløg. Sostatt skal tað í dag bert gerast metingarfrágreiðing fyri eitt avmarkað tal av samanleggingum, tí ásetingin bert fevnir um føri, har tað er talan um, samanlegging av einum ella fleiri parta-og smápartafeløgum, og har partafelagið er framhaldandi ella nýggja felagið, umframt samanlegging millum fleiri smápartafeløg til eitt nýtt partafelag. Almnannakunngerðing av móttøku av samanleggingarætlanum og viðheft skjøl skal í dag fara fram gjøgnum kt-skipan Skráseting Føroya. Í smápartafeløgum kunnu smápartaeigararnir í semju gera av, at samanleggingarætlanin ikki skal gerast, og samanleggingarætlan skal í hesum førum ikki sendast inn til skrásetingina. Eftir 245, stk. 6, í vinnufelagalógini, er tað eitt krav, at ein røð av skjølum skulu verða tøk fyri kapitaleigararnar í seinasta lagi 4 vikur undan, at avgerð um fremjan av samanlegging verður tikin. Harumframt skal kapitalfelagið, um ein kapitaleigari ynskir tað, uttan kostnað geva kapitaleigaranum atgongd til skjølini, t.v.s. at tey møguliga skulu sendast til viðkomandi. Bæði framløgan og framsendanin kunnu veljast frá av øllum kapitaleigarunum í semju. Skjølini skulu tó gerast og leggjast fram á aðalfundinum uttan so, at gerð av skjølunum er vald frá. Høvuðsleiðslan í kapitalfelag, sum er uppí eini samanlegging, skal eftir 248, stk. 1, í vinnufelagalógini boða aðalfundinum, har avgerð um fremjan av samanlegging verður tikin, frá um hendingar av stórum týdningi. Skyldan hevur við sær, at tað skal fráboðast um týðandi broytingar í ognum og skyldum, sum eru íkomnar í tíðini millum undirskrivingina av samanleggingarætlanini og aðalfundin. Fráboðanarskyldan hevur eisini við sær, at felagsins høvuðsleiðsla skal fráboða leiðsluni í hinum feløgunum, sum luttaka í samanleggingini, um týðandi broytingar. Eftir galdandi rætti er møguligt at gera sonevndar loddrættar samanleggingar, um tað framhaldandi felagið eigur allan kapitalin í uppathaldandi (ella latandi felagnum, tá tað snýr seg um kloyving). Ein loddrøtt samanlegging merkir m.a., at tað er ein røð av skjølum, ella innihaldslig krøv til skjøl, sum ikki verða nýtt, sbr. 252 í vinnufelagalógini. Í byrjunarstøðu skal tó eisini í sambandi við loddrætta samanlegging í dag gerast samaleggingarætlan, samanleggingarfrágfreiðing, váttan frá kravánarum umframt møguliga millumjavni. 54/159

55 Uppskot Skotið verður upp, at gera eina røð av broytingum í galdandi reglum um samanleggingar. Tað er í dag m.a. eitt krav um frágreiðing frá leiðsluni um samanleggingina og møguliga krav um millumjavna. Hesi skjøl skulu eftir uppskotinum kunna veljast frá í semju millum kapitaleigararnar, um teir meta, at upplýsinarnar í teimum ikki eru viðkomandi fyri at taka tað endaligu avgerðina um fremjanina av samanleggingini. Møguleikin at velja fráboðan av aðalfundinum frá er eftir meginregluni um, at kapitaleigararnir í semju skula kunna velja tey skjøl frá, sum teir meta ikki at verða neyðug fyri teira støðutakan til at gjøgnumføra eina kloyving. Tá tað krevur semju, má roknast við, at hesin møguleikin fær minni týding í kapitalfeløgum, har tað eru nógvir kapitaleigarar. Tað avgerandi er hinvegin, at kapitaleigararnir tað verður smidligari hjá kapitaleigarunum sjálvir at avgera í semju, hvørt hesar upplýsingar eru neyðugar. Tað verður skotið upp eins og við aðrar tílíkar ásetingar, at tað ikki verða sett formkrøv til samtykki kapitaleigaranna. Avgerð um hvussu samstykki skal latast er sostatt latin leiðsluni í tí einstaka felagnum. Uppskotið hevur við sær, at kapitaleigararnir í øllum kapitalfeløgum í semju kunnu frávelja gerð av samanleggingarfrágreiðing. Eftir galdandi reglum er tað bert í smápartafeløgum, at samanleggingarfrágreiðingin kann veljast frá av øllum smápartaeigarunum. Eisini hevur uppskotið við sær, at kapitaleigararnir í øllum feløgum, sum leggja saman, í semju millum allar kapitaleigarar í øllum teimum einstøku samanleggjandi feløgunum unnu frávelja gerð av millumjavna. Eftir galdandi reglum kann millumjavnin bert fráveljast í smápartafeløgum. Av tí at tað krevst semja millum allar kapaitaleigararnar, má roknast við, at møguleikin fyri frávali fær stórst týdning í feløgum við lutfalsliga fáum kapitaleigarum. Eftir uppskotinum eru partafeløg, sum hava virðisbrøv upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði, ikki fevnd av ásetingunum um gerð av millumjavna, um hálvársfrásøgn felagisins er almnnakunngjærd í samsvari við ásetingarnar í ársroknskaparlógini, og uttan kostnað verður gjørd tøk fyri kapitaleigararnar. Byrjunarstøðan viðvíkjandi ger av metingarfrágreiðing er famvegis, at tað við stovnan av nýggjum partafeløgum ella við hækkan av partapeninginum í verandi partafeløgum skal gerast ein metingarfrágreiðing av einum óheftum sakkønum, um innskotið verður framt við ørðum virðum enn reiðum peningi. Skotið verður upp, at bæði í sambandi við samanlegging og í sambandi við kloyving skal tað verða møguligt at frávelja metingarfrágreiðing við innskotið av øðrum virðum enn reiðum peningi, tá nýggj feløg verða skapað, og tá kapitalurin verður hækkaður í verandi feløgum. Í ávísum førum skal tað tó í sambandi við samanlegging í staðin í minsta lagi gerast eitt ummæli frá metingarmanni um samanleggingarætlanina ella váttan frá metingarmanni um støðuna hjá kredittorunum. Hesar báar váttanirnar kunnu í dag veljast frá. Uppskotið inniheldur eisini nágreining av kravinum um at gera skjøl atkomulig fyri kapitaleigararnar í sambandi við samanlegging, sum kann lúkast við at skjølini eru atkomulig á skrivstovu felagins ella á felagsins heimasíðu. 55/159

56 Eisini er heimild til at Skráseting Føroya kann áseta nærri reglur um almannakunngerðing av samanleggingarætlanum. Verður almannakunngjørt á øðrum stað enn í kt- skipan Skráseting Føroya krevst eftir fusiónsdirektivinum, at dagfestingin fyri almnnakunngerðingini av samanleggingarætlanini og ein referensa, sum við leinkju gevtur atgongd til viðkomandi heimasíðu, verður almannakungjørt í kt- skipan Skráseting Føroya. Tá heimildin verður nýtt, verður sostatt møguligt at almannakunngera samankeggingarætlanina á felagins heimssíðu ella møguliga á eini aðrari hóskandi heimsíðu. Hetta er ein nýggjur møguleiki, har tað í dag er eitt krav, at allar almmankunngerðingar av samanleggingarætlanum skulu fara fram í kt- skipan Skráseting Føroya. Skotið verður eisini upp, at kapitaleigararnir í semju kunnu frávelja fráboðan til aðalfundin um týðandi hendingar, og at tað í sambandi við loddrættar samanleggingar. 56/159

57 3. Vinnufyritøkulógin 3.1. Vinnufeløg við avmarkaðari ábyrgd eftir vinnufelagarlógini Galdandi reglur Vinnufyritøkulógin, lov nr. 123 af 18. februar 1994 om visse erhvervsdrivende virksomheder, varð sett í gildi í Føroyum við kongligari fyriskipan nr frá 20. september 2007, og hevði virknað frá 1. januar Við hesi lóg varð skráseting av fyritøkum við avmarkaðari ábyrgd sett sum treyt fyri at reka vinnufyritøku í vinnufelagið við avmarkaðari ábyrgd. Vinnufyrtøkulógin er bert ein skrásetingarlóg, og tað er sostatt avtalufrælsi at áseta viðtøkurnar hjá fyritøkuni samsvarandi tørvinum hjá luttakarunum. Tað er tó krav um, at fyritøkur, fevndar vinnufyritøkulógini, skilja seg greitt frá parta- og smápartafeløgum, sum eru materielt regulerað í vinnufelagalógini. Tó verða ávísar vinnufelagarættarligar meginreglur nýttar, eitt nú at fyritøkan hevur eina leiðslu, t.d. ein dagligan leiðara/stjóra. Fyri fyritøkur við avmarkaðari ábyrgd, sum eru fevndar av vinnufyritøkulógini, er fíggjarliga ábyrgdin mótvegis triðjapersóni avmarkað til felagsins kapital. Tað er harumframt ikki ásett, at leiðslan ábyrgdast fyri, at tað er ein forsvarlig kapitaltilbúgving fyri fyritøkuna. Tað er ikki í vinnufyritøkulógini bann fyri partaeigaraláni, og verður tað tí mett at vera loyvt. Eftir vinnufyritøkulógini er tað tó eitt krav, at fíggjarlig og fyrisitingarlig rættindi ikki eru grundað á luttakaranna part av felagskapitalinum. Tað merkir, at útlutan av útbýti kann fara fram eisini fleiri ferðir um árið við tað, at hetta er ikki regulerað í lógini, bert útlutanin ikki fer fram eftir luttakaranna parti av kapitalinum. Fyritøkur við avmarkaðari ábyrgd, sum eru fevndar av hesi lóg, eru vinnufeløg við avmarkaðari ábyrgd, lutafeløg við avmarkaðari ábyrgd og felagsskapir (foreiningar) við avmarkaðari ábyrgd. Vinnufyritøkur við avmarkaðari ábyrgd eru fevndar av ársroknskaparlógini. Sbrt ársoroknskaparlógini kunnu fyritøkur við avmarkaðari ábyrgd, sum eru fevndar av vinnufyritøkuógini, lata vera við at lata ársfrásøgn og í staðin gera eina sonevnda undantaksváttan, har leiðslan váttar, at fyritøkan lýkur støddarkrøvini, sum eru ásett í ársroknskaparlógini (ein fíggjarjavna upp á 7 mió. kr., ein nettoumsetning upp á 14 mió. kr. og 10 heiltíðarsett starvsfólk í meðal í roknskaparárinum). Tað er serliga smáar fyritøkur, sum kunnu nýta fyrtitøkuformin vinnufelag við avmarkaðari ábyrgd, men einki slíkt vinnfelag er skrásett í dag sbrt. upplýsingum frá Skráseting Føroya. Uppskotið Skotið verður upp, at tað frá 1. juni 2016 ikki skal vera møguligt at stovna nýggj vinnufeløg við avmarkaðari ábyrgd eftir lov om erhvervsdrivende virksomheder. Vinnufyritøkulógin samsvarar við ta í Danmark galdandi lov om visse erhvervsdrivende virksomheder. Har vísti fleiri sakkøn á, at tað var ein truplleiki, at tað er lítið gjøgnumskygni í 57/159

58 feløgum við avmarkaðari ábyrgd, og at tað tí er størri vandi fyri misnýtslu, tá hesin vinnufelagsformurin verður nýttur. Danska selskabsloven frá 2009 varð eftirmett í 2013, og í tí sambandinum varð tí eisini hugt at fyritøkuforminum vinnufelag við avmarkaðari ábyrgd. Eftirmetingin vísti, at vinnufeløg við avmarkaðari ábyrgd eftir donsku lov om visse erhvervsdrivende virksomheder í nógv minni mun koma undan og í nógv fleri førum fara á husagang enn smápartafeløg eftir donsku selskabsloven. Mett var tí, at fleiri fyritøkur skuldu undir ein reguleraðan felagsform, har tað sum tað ikki ger eftir lov om visse erhvervsdrivende virksomheder, har tað galda heilt fá lógarkrøv verða sett krøv til leiðslu, kapital og opinleika samstundis við, at ein ávísur smidleiki verður varðveittur til gagns fyri serliga íverksetarar. Tí varð við L settar nýggjar ásetingar í selskabsloven um ein nýggjan felagaform nevndur iværksætterselskaber, sum er eitt serligt slag av smápartafelag, tí við serreglum viðvíkjandi felagskapitali, m.a. at tað bert er krav um felagskapital uppá 1 kr. við stovnan. Fyri at fáa fleiri at nýta nýggja felagsformin varð samstundis skotið upp, at tað ikki skuldi verða møguligt at stovna nýggj feløg við avmarkaðari ábyrgd eftir lov om visse erhvervsdrivende virksomheder. Sum nevnt, er tað serliga smáar fyritøkur, sum kunnu nýta fyrtitøkuformin vinnufelag við avmarkaðari ábyrgd, men einki slíkt vinnfelag er skrásett í dag sbrt. upplýsingum frá Skráseting Føroya. Vísandi til omanfyri standandi verður, at tað ikki eigur at verða møguligt at stovna nýggj feløg við avmarkaðari ábyrg eftir lov om visse erhvervsdrivende virksomheder. Hetta fevnir ikki um lutafeløg við avmarkaðari ábyrgd og felagsskapir (foreiningar) við avmarkaðari ábyrgd Talgilt samskifti Víst verður til viðmerkingarnar omanfyri 3.3. Máltal og politikk fyri kvinnur í leiðsluni fyri partafeløg Víst verður til viðmerkingarnar omanfyri 58/159

59 4. Ársroknskaparlógin 4.1. Frágreiðing í ársfrásøgn um samfelagsábyrgd Lógaruppskotið hevur til endamáls at eggja teimum størstu føroyskum fyritøkunum, fyritøkum, sum eru skrásettar á einum keypsskála, og landspartafeløgum, sum eru fevnd av ársroknskaparlógini, at hava ein virknan leiklut í mun til, hvussu tær kunnu vera við til at loysa samfelagsligar avbjóðingar. Stór feløg eru feløg, sum fara upp um tvey av hesum trimum mørkum : Ein javna upp á 143 mió. kr, ein nettoumseting upp á 286 mió. kr., og í miðal 250 fulltíðarstarvsfólk ella fleiri. Samfelagsábyrgd í hesum høpi merkir, at fyritøkan sjálvboðin integrerar m.a. mannarættindi, sosial viðurskifti, umhvørvis- og veðurlagsviðurskifti umframt basan av korruptión í sínum handilsmannagongdum og handilsvirksemi, t.e. uttan at fyritøkan, sambært lóggávuni í landinum har hon virkar, hevur skyldu til tess. Skotið verður tí upp, at hesar fyritøkur verða bundnar til, sum part av teirra roknskaparfrágreiðslu, at greiða frá síni støðu viðvíkjandi samfelagsábyrgd. Við lógaruppskotinum verður einans ásett krav um, at fyritøkurnar, ið eru fevndar av uppskotinum, skulu upplýsa um sín politikk um samfelagsábyrgd, hvussu fyritøkan setur hendan politikk í verk, og hvat úrslitið í roknskaparárinum er av arbeiðinum við samfelagsábyrgd, umframt upplýsa um møguligar væntanir til arbeiðið frameftir. Um fyritøkan ikki hevur slíkan politikk, skal fyritøkan upplýsa hetta. Lógaruppskotið broytir ikki, at samfelagsábyrgdin hjá fyritøkuni er sjálvboðin. Fyritøkan velur sjálv, um og hvussu hon ynskir at integrera omanfyrinevndu atlit í sínum handilsmannagongdum og handilsvirksemi. Upplýsingarkravið áleggur sostatt ikki umfataðu fyritøkunum at hava ein politikk um samfelagsábyrgd, eins og krøv ikki verða sett um, hvussu einstaka fyritøkan arbeiðir við samfelagsábyrgd. Arbeiðið hjá føroyskum fyritøkum við samfelagsábyrgd eigur at taka støði í einum altjóða viðurkendum fatanarstøði. Tað er tí eina fyrimunur, um fyritøkur og íleggjarar taka støði í STmeginreglunum um samfelagábyrgd. Tað snýr seg um ST Global Compact og STmeginreglurnar um ábyrgdarfullar íløgur (UN PRI). Sama upplýsingarkrav sum í hesum uppskotinum verður sett institutionellum íleggjarum, íleggingarfeløgum og fíggjarfyritøkum annars (bankar og tryggingarfeløg), sum eru skrásett á einum keypsskála, ið ikki eru fevnd av ársroknskaparlógini. Roknskaparreglurar fyri hesar fyritøkur eru í stóran mun ásettar í kunngerðum, givnar av Fíggjareftirlitinum. Upplýsingarskyldan viðvíkjandi samfelagsábyrgd verður tí fyri hesar fyritøkur ásettar av Fíggjareftirlinum. Hetta kann gerast við støði í verandi heimildum at áseta roknskaparreglur fyri hesar fyritøkur. Altjóðagerðin merkir, at fíggjarligu, mentanarligu og politisku sambondini tvørtur um landamørk gerast uppaftur tættari. Altjóðagerðin hevur vð sær øktan samhandil og økt altjóða arbeiðsbýtið í t.d. vøruframleiðsluni. Á henda hátt gerast sjónligari fleiri avbjóðingar í mun til t.d. sosial kor, arbeiðsviðurskifti, umhvørvi og veðurlag, sum krevja eitt virki samstarv landanna millum og millum ymsar aktørar í samfelagnum. 59/159

60 Í eini støðu við alsamt harðari altjóða kapping og globalum sosialum og umhvørvisligum avbjóðingum, umframt alt meira opnir streymar av informatión, mugu fyritøkur og íleggjarar á virknan hátt taka støðu til altjóða dagsskránna. Hetta kann t.d. gerast sum eitt krav til ein útlendskan veitara um at halda grundleggjandi umhvørviskrøv ella arbeiðstakara- og mannarættindi. Uppskotið hevur til endamáls at eggja fyritøkum og íleggjarum til at hava ein virknan leiklut í mun til samfelagsábyrgd. Við handilsriknari samfelagsábyrgd kunnu fyritøkurnar vera við til at loysa samfelagsligar avbjóðingar og samstundis skapa betri handilsmøguleikar fyri seg sjálvar. Handilsrikin samfelagsábyrgd merkir, at samfelagsábyrgdin hjá fyritøkunum skal setast saman við kjarnuvirkseminum hjá fyritøkuni. Føroyar fara at standa sterkari í altjóða høpi so hvørt, sum fleiri fyritøkur og íleggjarar taka eina virkna støðu til samfelagsábyrgdina og kunna almenningin um hetta. Hetta kann vera við til at gera føroyskar fyritøkur og Føroyar kendar fyri ábyrgdarfullan vøkstur. Tað verður á tann hátt lættari hjá føroyskum fyritøkum at gera mun á sær og kappingarneytum á altjóða marknaðum, um føroyskar vørur og veitingar í útgangsstøði verða fataðar sum ábyrdarfullar og burðardyggar. Ætlaða upplýsingarkravið fer at skapa størri opinleika og á tann hátt styrkja møguleikan hjá viðskiftafólki, lokalsamfelag, íleggjarum, starvsfólkum og fjølmiðlum at taka støðu til, hvussu fyritøkurnar og íleggjararnir arbeiða við samfelagsábyrgd. Ætlaða upplýsingarkravið broytir ikki, at tað eisini frameftir fer at vera upp til ta einstøku fyritøkuna og tann einstaka íleggjaran at velja um og hvussu arbeiðast skal við samfelagábyrgd. Somuleiðis er tað framhaldandi avgerðin hjá hvørji fyritøku sær, hvussu tær ítøkiliga velja at taka við hesum avbjóðingunum, og hvørjar ítøkiligar upplýsingar á bestan hátt lýsa, hvussu fyritøkan arbeiðir við samfelagsábyrgd. Fleiri lond, herindir Danmark og Noreg, hava sett í gildi lóggávu, sum skal eggja fyritøkum og íleggjarum at arbeiða meira virki við samfelagsábyrgd Frágreiðing í ársfrásøgn um status viðvíkjandi undirumboðaðað kyninum í leiðsluni Víst verður til viðmeringarnar omanfyri Avsetan til tiltakspening fyri ikki fult inngoldnan yvirkurs í smápartafeløgum og til bundnan tiltakspening í íverksetarafeløgum Galdandi reglur Við vinnufelagalógini varð tað møguligt at inngjalda felagskapitalin partvíst, tó í minsta lagi 25 pst. av felagskpaitalinum, og í minsta lagi kr. Ein møguligur yvirkursur skal tó rindast fult inn. Sum avleiðing av ásetingininí vinnufelagalógini varð ársroknsaparlogin broytt soleiðis, at kapitalfeløg, sum hava nýtt møguleikan at partvísa inngjaldan av felagskpaitalinum, kunnu velja annaðhvørt at innrokna ikki inngoldnan felagskapital sum eina bruttosparing í javanum ella sum eina nttepostering undir eginpeinginum. Ásetingin avmarkar møguleikarnar at rinda útbýti o.a., so leingi kapitalurin við yvirkursi aftrat ikki er fult inngoldin. 60/159

61 Uppskotið Eftir uppskotinum um at broyta 33 í vinnufelagalógini verður gjørligt fyri smápartafeløg at rinda møguligan yvirkurs partvíst inn til felagskapitalin.. Sum avleiðing av hesum verður skotið upp, at ásetingin í ársoknskaparlógini um ikki inngoldnan fyrtøkukapital í 35 b og roknskapartalva fyri javna verða broyttar samsvarandi. Ásetingin avmarkar møguleikan at rinda útbýti o. a., so leingi felagskapitalurin við yvirkursi aftrat ikki er fult inngoldin. Skotið verður harumframt upp at innseta ásetingar í vinnufelagalógin um eitt nýtt slag av vinnufeløgum, nevnd íverksetarafeløg. Eitt íverksetarafelag er eitt serliga slag av smápartafelagi, tó við serreglum viðvíkjandi felagsins kapitaviðurskiftum. Eftir uppskotinum er bert krav, at eitt Íverksetarafelag hevur ein felagskapital uppá 1 kr. við stovnan, og at tað áliggur felagnum at seta av 25 pst. av yvirskotinum til bundnan tiltakspening til at uppbyggja felagsins kapitagrundarlag. Skotið verður tí upp, at tað verður sett ein áseting um hetta í ársroknskaparlógina, og at roknskapartalvurnar fyri javnan verða broyttar samsvarandi. Ásetingin avmarkar møguleikan at rinda útbýti o. a., so leingi íverksetarafelagið ikki hevur ein felagskapita, sum svarar til fult inngoldnan kapittal í einum smápartafelag 5. Ummæli 61/159

62 Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum 1. Fíggjarligar avleiðingar A. Fyri landið/landsstýrið Roknað verður við, at uppskotið hevur bert minni fíggjarligar og umsitingarligar avleiðingar við sær fyri tað almenna. Tað verða nakrar útreiðslur í sambandi við at menna eigaraskránna fyri minni nøgdir av handhavabrøvum. B. Fyri kommunurnar Uppskotið hevur ikki fíggjarligar útreiðslur við sær fyri kommunurnar C. Fyri vinnuna Uppskotið hevur ikki fíggjarligar útreiðslur við sær fyri vinnuna 2. Umsitingarligar avleiðingar Uppskotið hevur við sær umsitingarligar lættar fyri vinnunu við tað, at tað verða færri krøv til ger av frágreiðingum o.a. í sambandi við samanleggingar, kloyvingar v.m. Uppskotið hevur við sær, at eigarar av minni nøgd av handhavapartabrøvum skulu lata seg skráseta í kt- skipan Føroya. Skyldan er bert galdandi fyri eigarar av handhavapartabrøvum, sum ikki eru partabrøv upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði. Mett verður, at umstingarligu byrðarnar fyri vinnuna av at skráseta verða avmarkaðir, m.a. tí tær upplúysinar, ið skuldu latast Skráseting Føroya av tílíkum slag, at tað ikki hevur við sær serliga tíðarkrevjandi virksemi í vinnufyritøkunum, og umsitingarligu avleiðingarnar fyri vinnuna verða tí mettar at verða avmarkaðir. 3. Umhvørvisavleiðingar Uppskotið hevur ikki við sær umhvørvisavleiðingar. 4. Avleiðingar fyri serstøk øki í landinum Uppskotið hevur ikki við sær avleiðingar fyr øki á landinum. 5. Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur Upsskotið hevur ikki avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur 6. Sosialar avleiðingar Uppskotið hevur ikki við sær sosialar avleiðingar. Talva 1: Yvirlit yvir avleiðingar Fyri Fyri landskassan/ kommunalar landsstýrið myndugleikar Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar Umsitingarligar avleiðingar Fyri pláss/øki í landinum Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir ja nei nei nei neo ja nei nei nei ja Fyri vinnuna 62/159

63 Umhvørvisligar avleiðingar Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur Sosialar avleiðingar nei nei nei nei nei nei nei nei nei nei nei Kap. 3. Serligar viðmerkingar Til 1: Til nr. 1 Hetta er málslig rætting. Heldur enn at nýta heitið vinnufelagalóg verður mett rættari at nýta heitið vinnufelagalóg við tað, at lógin fevnir bæði um partafelagið, smápartafelagið og partnarafelagið. Til nr. 2 Uppskotið um at broyta 2, stk. 2, 1. pkt., 38, stk. 3, 41, stk. 4, 1. pkt., 44, stk. 1, 60, stk. 3, 1. pkt., 160, 3. pkt., 181, 4. pkt., og 190, stk. 2, 3. pkt. í vinnufelagalógini er bert av redaktionellum ligum slag við tað, at tað verður nágreinað, at almannakunngerðing fer fram í kt- skipan Skráseting Føroya. Uppskotið hevur ikki við sær innihaldsligar broytingar. Til nr. 3 ( 3) Eftir galdandi 3, stk. 1, í vinnufelagalógini verða ásetingarnar um nøvn í 2 í lógini nýttar samsvarandi uppá møgulig hjánøvn. Fyri at tað ikki skal verða ivi um rættarstøðuna, verður skotið upp at nágreina tilvísingina í 3 soleiðis, at tað staðiliga gongur fram, at tað verður víst til 2, stk Til nr. 4 ( 4) Skotið verður upp, at 4, stk. 2 verður broytt soleiðis, at kapitalkravið til smápartafeløg verður lækkað frá kr. til kr. Víst verður til almennu viðmergingarnar viðvíkjandi grundgevingum fyri uppskotinum. Til nr. 5 ( 5) Við vinnufelagalógini vórðu partafelagslógin og smápartafelagslógin savnaðar í eina lóg, sum hevði við sær eina røð av nýggjum hugtøkum, m.a. sum fylgja av størri valfrælsi viðvíkjandi val av leiðsluskipan. Í 5 í vinnufelagalógini. eru tí settar ein røð av allýsingum av hugtøkum, sum annaðhvørt eru nýggj ella hava fingið nýggjan týdning, og sum eru nágreinað í 5. Skotið verður upp at gera fleiri broytingar í 5, og av tí at talan er um at gera eina røð av broytingum, verður skotið upp, at skriva ásetingina av nýggjum. 63/159

64 Eftir uppskotinum verða gjørdar hesar broytingar. 5, nr. 4 og 5 verður nágreinað og rættað. Í nr. 4 a og nr. 5 a verður sett aftrat stjórn og nr. 4, a-c,og í nr. 5 a-c, verður víst til 111, stk. 1, nr. 1, Í 5, nr. 12, verður íverksetarafelag allýst sum eitt smápartafelag, sum ikki hevur ein skrásettan felagskapaital uppá í minsta lagi kr., og sum lýkur treytirnar í 357 a, í vinnifelagslógini. Í nr. 15 verður sett inn: heruppií íverksetarafelag. Hesar broytingarnar eru avleiðing av stovnsetanina av felagsforminum íverkserafelag. Ískoytið í nr. 15 er sett inn fyri at gera tað greiðari, at íverksetarafelagið er eitt frábrigdi av smápartafelagnum. Í nýggjum nr. 19 verður multilateralur handelsfasilitetur allýstur við tilvísing til allýsingina av multilateralum handilsfasiliteti í 40, stk 1 í virðisbrævahandilslógini, sum er soljóðandi: Ved en multilateral handelsfacilitet forstås et handelssystem med undtagelse af regulerede markeder, der inden for systemet og efter dettes ufravigelige regler sætter forskellige tredjeparters interesse i køb og salg af finansielle instrumenter omfattet af 2, nr. 1-10, i forbindelse med hinanden på en sådan måde, at der indgås en aftale om overdragelse. Àsetingin varð sett inn í virðisbrævahandilslógina við 2 í L , lov om ændring af lov om finansiel virksomhed, lov om værdipapirhandel m.v., lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask af udbytte og finansiering af terrorisme og forskellige andre love samt ophævelse af lov om pengesedler i Grønland. Ásetingin í 40, stk. 1, er tó ikki sett í gildi í Føroyum enn. Fíggjarmálaráðið hevur upplýst, at ætlanin er at seta ásetingina í gildi her, og at leggja uppskot fyri tingið í heyst. Í 5, nr. 21 verður í allýsingini av hugtakinum fyrbils uppafturtøka í staðin fyri Fyribils uppafturtøka av einum felagi sett: Fyribils uppafturtøka av búnum eftir eitt kapitalfelag,. 5, nr. 24 verður reguleraður marknaður allýst soleiðis: Allýsingin av einum reguleraðum marknaði í 16, stk. 1, í kongligari fyriskipa nr. 986 frá 11. august 2010 um ígildissetan fyri Føroyar av lóg um virðisbrævahandil o.a. verður nýtt. 16, stk. 1, í virðisbrævahandilslógini ásetir: 16. Ved et reguleret marked forstås et multilateralt system, hvor der inden for systemet og i overensstemmelse med dettes ufravigelige regler sammenføres eller befordres sammenføring af en flerhed af tredjeparters interesser i køb og salg af værdipapirer på en sådan måde, at der indgås aftaler om handel med værdipapirer, der er optaget til handel efter dette markeds regler eller systemer. Í nr. 28 viðvíkjandi allýsingini av landspartafeløgum verður dótturfelag broytt til: dótturfyritøku,. Til nr. 6 ( 8 a 8c) Til 8 a Àsetingin kemur partvíst í staðin fyri 12, stk. 1,1. og 2. pkt, og stk. 2, nr. 1-3, við tað at byrjunarstøðið nú er, at alt skrivligt samskifti til og frá Skráseting skal fara fram talgilt. Teir 64/159

65 partarnir av nevndu áseting, sum ikki verða avloystir av nýggju ásetingunum í 8 a og 8 c, halda fram í nýggju orðingini av 12, sbr. 1, nr. 8 í uppskotinum. Við hesi ásetingini verður útvegað heimild til, at Skráseting Føroya kann áseta reglur um, at skrivligt samskifti til og frá skrásetingini skal fara fram talgilt. Tað hevur m.a. við sær, at skrivligar fráboðanir, t.e. umóknr, áheitanir o.a. til skráseingina um viðurksifti,sum er fevnd av lógini ella reglum, sum eru settar sbrt. lógini, ikki verða mettar at vera rætt móttiknar, um tær eru lætnar inn á annan hátt enn á ásetta talgilda hátt. Verður latið inná annan hátt, fylgir tað av vanligu vegleiðingaskylduni, sbr. 7 í fyrisitingarlógini, at skrásetingin skal vegleiða um galdandi reglur um skylduna at samskifta talgilt. Av kunngerðini, har heimildin verður nýtt, fer síggjast, hvør er fevndur av skylduni at samskifta talgilt við skrásetingina og á hvønn hátt. Til 8 b Ásetingin kemur í staðin fyri galdandi 19, 3. pkt., í vinnufelagalógini. Ásetingin viðvíkur frávik frá krøvum um udirskrift fyri skjøl, sum Skráseting Føroya hevur givið út. Nyggja 8 b hevur ikki við sær broytingar í rættarstøðuni. Til 8 c Ásetingin í kemur í staðin fyri galdandi 12, stk. 1, 3. pkt., í vinnufelagalógini. Ásetingin viðvíkur frávikum frá krøvum um undirskrift fyri skjøl, sum onnur enn Skráseting Føroya hava givið út, har tað eftir lógini ella reglum ásettum sbrt. lógini er krav, at skjalið er undirskrivað. Kravið kann verða ásett staðiliga, ella ganga fram av nevndu ásetingum sum fortreyt. Talan er um skjøl, sum felagsins leiðsla ella grannskoðari o. o. hava givið út. Tað kann t.d. verða talan um skjøl, sum høvuðsleiðslan hevur gjørt til nýtslu fyri avgerð á aðalfundi. Eisini fevnir ásetingin um skjøl, sum grannskoðarin hevur gjørt, soleiðis, at grannskoðari kann undirskriva skjalið við talgildari undirskrift í staðin fyri fysiskari undirskrift. Við ásetingini verður nágreinað, at tað er ein fortreyt at lata vera við at nýta fysiska undirskrift, at tann, sum undirskrivar, nýtir eina tøkni sum tryggjar eintýdda eyðmerking av viðkomandi, t.d. talgilda undirskrift. Skotið verður upp, at Skrásetingin kann áseta nærri reglur um, hvussu vikið kann verða frá kravinum um undirskrift. Við heimild í ásetingini kann harumframt ásetast reglur um, at kravið um undirskift kann frávikjast fyri ávíssløg av skjølum. Til nr. 7 ( 9, stk. 1) 65/159

66 Uppskotið til hesa broytingina av 9, stk. 1 í vinnufelagalógini er ein redaktionell broyting, sum er ein avleiðing av uppskotinum um orðingina av 12 í vinnufelagalógini í 1, nr. 7 í uppskotinum. Til nr. 8 ( 9, stk. 3) Uppskotið til hesa broytingina av 9, stk. 3 í vinnufelagalógini er ein redaktionell broyting, sum er ein avleiðing av uppskotinum um orðingina av 12 í vinnufelagalógini í 1, nr. 7 í uppskotinum. Til nr. 9 ( 12) Uppskotið hevur í sær nýggja orðing av 12 í vinnufelagalógini, sum við redaktionellum broytingum og nágreinngum samsvarar við teir partar av galdandi áseting í 12, sum ikki verða avloystir av nýggju ásetingunum í 8 a og 8 c í uppskotinum. Higartil galdandi viðmerkingar til ásetingina eru framvegis galdandi fyri teir partar av ásetingini, sum ikki verða avloystir av nýggju 8 a og 8 c. Eftir stk. 1 í uppskotinum kann eins og higartil ásetast reglur um fráboðan og skráseting av viðurskiftum, sum skulu skrásetast eftir vinnufelagalógini. Eftir uppskotinum kann eins og higartil ásetast reglur um gjøld fyri skráseting og úrrit o.a.. Eisini kann ásetast reglur um gjøld fyri almannakunngerðing, nýtslu av kt- skipan Skráseting Føroya, áminningarskriv o.a. Eisini kann eins og higartil ásetast reglur um árligt gjald fyri fyri umsitingina av vinnufelagarættarligu reglunum og fyri tær veitingar, har kostnaður ikki er ásettur. Til nr. 10 ( 17) Galdandi 17, stk. 1, gevur Skráseting Føroya eina generella heimild til at krevja supplerandi upplýsingar í sambandi við stovnan eins og í sambandi við í sambandi við broytingar av viðurskiftum felagsins, ið eru neyðugar, til tess at taka støðu til, um vinnufelagalógin, reglur, ásettar við heimild í lógini, og viðtøkur felagsins, eru hildnar. Skotið verður upp, at tað í 17, stk. 1 eftir eru hildnar verður sett:,heruppií at kapitalgrundarlagið er til steðar. Eftir hesi ásetingini kann Skráseting Føroya nokta at góðkenna, at feløg verða stovnað við rullandi kapitali. Dømi um hetta er, at at ein persónur A stovnar felagi B við kr. í innskoti. Beint eftir stovanina av B, stovnar B ferlagi C við innskotið av somu kr.. Síðani stovnar C fealgi D aftur við innskoti av somu ognum o.s.fr. Tað eigur tó at kunna góðkennast, at sama ijnnskot verður nýtt at stovan tvey feløg við tað, at tað er handilsliga grundað at kunna gera eina holddingskipan fyri saman innskot, t.v.s stovnan av einum móðurfelai og einum dóttirfelagi, og um endamáli ikki einans er at sleppa uttaum kapitalkravið. Somu ognir kunnu sostatt ikki nýtast at stovna trý ella fleiri feløg. Skotið verður upp, at 17, stk. 1, verður nágreinað soleiðis, at tað greitt sæst, at Skráseting Føroya kann krevja allar neyðugar upplýsingar, heruppí upplýsingar til tess at tryggja at kapitalgrundarlagið er til steðar 66/159

67 Til nr. 11 ( 18, stk. 1, 1. pkt.) Í 18, stk. 1, 1. pkt. verður yrki strikað. Hetta er rætting av feili. Til nr. 12 ( 19) 19 í vinnufelagalógin i verður eftir uppskotinum strikað, tí ásetingarnar har verða avloystar av ásetingunum í ásetingunum í nýggju 8 a og 8 b. Byrjunarstøði er tó frameftir, at alt samskifti til og frá Skráseting Føroya um viðurksifti fevnd av lógini ella reglum ásettum sbrt. lógini skal fara fram digitalt. Skráseting Føroya kann krevja tær upplýsingar, ið eru neyðugar, til tess at taka støðu til, hvørt lógin, reglur, ásettar við heimild í lógini, og viðtøkur felagsins eru hildnar. Til nr. 13 ( 20, stk. 1) Galdandi 20, stk. 1, í vinnufelagalógini snýr seg um striking av skrásetingum viðvíkjandi kapitalfeløgum í kt- skipan Skráseting Føroya. Tað er bert dómstólarnir, sum kunnu taka avgerð um striking. Í galdandi áseting stendur, at ásetingin viðvikur skrásetingum viðvíkjandi avgerðum, ið eru tiknar av aðalfundi ella av leiðslu felagsins. Við hesi orðing er ásetingin ótilætlað vorðin meira avmarkað enn ásetingarnar, sum galdandi vóru í partafelagslógini og smápartafelagslógini. Skotið verður tí upp, at ásetingin eisini verður nýtt uppá skrásetingar viðvíkjandi avgerðum, sum eru tiknar av stovnarum felagsins, eins og tað var galdandi eftir fyrr galdandi partafelagslóg og smápartafelagslóg. Til nr. 14 ( 27, stk. 1, nr. 4, 144, stk. 4, 2. pkt., 156, stk. 2, nr. 3, 225, stk. 1, nr. 4, og 302, stk. 1, nr. 3) 27, stk. 1, nr. 4, 144, stk. 4, 2. pkt., 156, stk. 2, nr. 3, 225, stk. 1, nr. 4, og 302, stk. 1, nr. 3, í vinnufelagalógini hava ásetingar um grannskoðan av ársfrásøgn kapitalfelagsins. Eftir ársroknskaparlógini er ikki longur krav um, at ársfrásøgnin í síni heild skal grannskoðast. Ársroknskapurin og ein møguligur samtøkuroknskapur skal grannskoðast, um felagið er undir grannskoðanarskyldu, sbr. 135 í ársroknskaparlógini. Tað er ikki longur krav um grannskoðan av leiðslufrágreiðingini í ársfrásøgnini. Tískil verður skotið upp, at ársfrásøgn verður broytt til ársroknskap o.a. í 27, stk. 1, nr. 4, 144, stk. 4, 2. pkt., 156, stk. 2, nr. 3, 225, stk. 1, nr. 4, og 302, stk. 1, nr. 3, í vinnufelagalógini. Til nr. 15 ( 28, nr. 5) Eftir galdandi 28, nr. 5, í vinnufelagalógini skulu viðtøkurnar fyri eitt kapitalfelag innihalda upplýsningar um leiðslustovnar kapitalfelagsins, um ta leiðsluskipan, sum vald er, sbr. 111 í lógini. Harumframt skulu viðtøkurnar fyri partafeløg innihalda upplýsingar um tal av limum í ymsu leiðslustovnunum, sbr. nevndu serligu viðmerkingar til ásetingina. 67/159

68 Skotið verður upp, at tað verður gjørt greiðari, hvat viðtøkurnar skulu innihalda um felagsins leiðslustovnar soleiðis, at hetta staðiliga framgomngur av lógini. Uppskotið hevur ikki við sær innihaldsligar broytingar av rættarstøðuni. Til nr. 16 ( 32, stk. 4) 32, stk. 4, í vinnufelagalógini ásetir, at uppskot um stovnan av kapitalfelagi við hægri ella lægri felagskapitali enn tí, sum er ásett í viðtøkunum, kann bert samtykkjast við játtan frá øllum stovnarum og kapitalteknarum. Skotið verður upp, at 32, stk. 4, verður orðað av nýggjum. Eftir nýggju orðingi verður tilvísingin til 29, stk. 2, strikað, tí tilvísingin er ein feilur. Uppskotið hevur ikki við sær innihaldsligar broytingar av rættarstøðuni. Til nr. 17 ( 33, stk. 1) Vinnufelagalógin hevði við sær, at tað varð innsettur møguleiki fyri partvísari inngjaldan av felagskapitali, um felagið verður stovnað við inngjaldi við reiðum peningi. Eisini gjørdist møguligt at inngjalda partvíst í sambandi við kapitalhækkan við reiðum peningi. Eftir 33, stk. 1, í vinnufelagalógini er nóg mikið, at 25 prosent av felagskapitalinum verður inngoldin, tó í minsta lagi kr. Verður yvirkursur ásettur, skal allur yvirkursurin inngjaldast líka mikið, um partur av felagskapitalinum ikki verður inngoldin. Skotið verður upp, at 33, stk. 1, 1. pkt., verður konsekvensrættað, sum fylgja av 1, nr. 4, í uppskotinum um broyting av reglunum um felagskapital fyri smápartafeløg, har minstakravið til felagskapital verður lækkað frá kr til kr Eisini verður skotið upp, at at 33, stk. 1, 2. pkt., verður broytt soleiðis, at tað ikki longur skal vera eitt krav um, at ein møguligur yvirkursur í einum smápartafelag allur skal inngjaldast uttan mun til, at bert 25% av felagskapitalinum verður inngoldin. Tað verður framvegis soleiðis, at verður allur ella ein partur av felgagskapitalinum skotin inn við øðrum virðum enn kontantum, skal allur felagskapitalurin og møguligur yvirkursur inngjaldast fult út. Kravið um, at allur yvirkursurin skal inngjldast uttan mun til, at bert 25% av felagskapitalinum verður inngoldin, kann hava við sær, at reglurnar um partvísa rindan av felagskpaitalinum verða minni nýttar enn annars. Verður eitt felag stovnað við einum felagskapitalið uppá kr til kurs 1000, er nominelli felagskapitalurin kr. og yvirkursurin kr. Rindast skal tí 25 pst. av felagskapitalinum, t.v.s kr, umframt allan yvirkursin svarandi til kr. Kravið um rindan av yvirkursi hevur støði í 2. ES- vinnufelagadirektivinum. 2. ESvinnufelagadirektivið er bert galdandi fyri partafeløg. Grannalondini fylgja ES- lóggávuni á hesum økinum, og Vinnufelagalógin eigur at vera í samsvari við vinnufelagalóggávuna í grannalondunum. Skotið verður tí upp, at 33, stk. 1, 2. pkt., verður broytt soleiðis, at tað 68/159

69 ikki skal vera krav um, at møguligur yvirskursur í smápartafeløgum skal verða inngoldin fult og heilt. Til nr. 18 ( 36, stk. 3) Eftir 36, stk. 3, í vinnufelagalógini skal metingarfrágreiðingin, um kapitalfelagið í sambandi við stovnanina yvirtekur eina verandi fyritøku ella ein avgerandi kapitalpost í einum øðrum kapitalfelagi, eisini innihalda ein byrjunarjavna fyri kapitalfelagið. Skotið verður upp, at 36, stk. 3, 1. pkt., í vinnufelagalógini verður broytt soleiðis, at tað ikki skal gerast ein byrjunarjavni í førum, tá innskotið er ein avgerandi kapitatalpostur í einum øðrum felagi. Tað er ikki brúk fyri einum byrjunarjavna í sambandi við innskot av einum avgerandi kapitalposti í einum øðrum kapitalfelagi við tað, at nyttan av einum byrjunarjavna í hesum førum er sera avmarkað, og ikki stendur mát við kostnaðin at gera ein slíka. Byrjunarjavnin inniheldur soleiðis einans kapitalpartar og eginkapitalin. Skotið verður tí upp, at 36, stk. 3, 1. pkt., verður broytt soleiðis, at tað ikki skal gerast ein byrjunarjavni í sambandi við innskoti av einum avgerandi kaptalposti í einum øðrum kapitalfelagið. Tað skal gererast ein byrjunarjavni, um innskotið er ein verandi fyritøka. Í fleiri av ásetingunum í vinnufelagalógini verður víst til m.a. 36, stk. 3. Tað er m.a. galdandi í sambandi við kapitalhækkan og kapitalfrágongd. Boytingin av 36, stk. 3, fer tí eisini at galda í sambandi við tílíkar dispositiónr. Í sambandi við umskapan av partafeløgum verður framvegis krav um umskapanarjavna. Skeringsdagurin fyri byrjunarjavna við stovnanir við roknskaparligum virknaði aftur í tíð skal vera dagurin, tá stovnanin fær roknskaparligan virkna. Verður eitt felag stovnað 1. juli 2016 við roknskaparligum virknaði afur í tíð til 1. januar 2016, skal tað gerast ein byrjunarjavni við skeringsdagi 1. januar Verður eitt felag stovna við roknskaparligum virknaði 1. januar 2016, kann skeringdagurin fyri byrjunarjavnan ikki vera 1. oktober 2012 ella 1. mars Hetta kann í í praksis hava við sær trupulleikar, um eitt felag verður stovnað við innskotið av eini verandi fyritøku, t.d. 1. august 2015, og roknskaparliga virkanin er 1. juni Spurningurin um hvussu tílik føri, har tað ikki er møguligt at leggja fram endaliga metingarfrágreiðing saman við byrjunarjavna í sambandi við undirskrivingina av stovningarskjalinum, skulu handfarast er fleiri ferðir lagdur fyri danska Erhverssstyrelsen. Erhvervsstyrelsen hevur í hesum førum boðað frá, at tað verður mett, at í hesum førum er møguligt í sambandi við undirskrivingina av stovningarskjalinum at leggja fram útkast til metingarfrágreiðing og útkast til byrjunarjavna, sum byggir á eina endurskoðaðað fíggjarstøðu t.d. eina mánaða áðrenn stovnina. Útkastið til metingarfrágreiðing við byrjunarjavna, sum hoyrir til, eiga at gerast soleiðis, at hesi skjøl innihalda mest møguligar upplýsingar um t.d. kursásetingina. Eftir stovnanin skulu endaligu skjølini gerast og sendast inn til Skráseting Føroya. Við stovnanir, har hendan mannagongdin verður nýtt, at fyrst verður fyribils metingarfrágreiðing gjørd og síðani endalig metingarfrágreiðing, skal bæði tann fyribils metingarfrágreiðingin saman við byrjunarjavna og tey endaligu skjølini sendast 69/159

70 inn til Skráseting Føroya, og fyrst tá Skráseting Føroya eisini hevur fingið endaligu skølini, kann stovanin verða skrásett. Ein annar líknandi truppuleiki snýr seg tey føri, har stovnanin fer fam við roknskaparligum virknaði frá stovningardegnum. Spuringurin er her, um tað er møguligt at stovna eitt felag pr. dags dato, men álíkavæl nýta eina eldri javna, t. d. aftur til 1. januar 2016, hóast felagið verður stovnað 1. juli 2016 við roknskaparligum virknaði frá hesum degi. Eftir praksis hjá Erhversstyrelsen er hetta ein møguleiki. Metingarfrágreiðingin skal tó í hesum førum eisini tryggja, at samlaðu virðini eru til steðar tann dagin, metingarfrágreiðingin verður latin. Tað gongur fram av galdandi áseting í 36, stk. 2, 2. pkt., at byrjunarjavnin í sambandi við stovnan skal gerast samsvaranandi ársroknskaparlógini. Nøkur feløg gera ársfrásøgn eftir altjóða roknskaparstandardunum (IFRS). Um so er, skulu viðkomandi skjøl eisini gerast eftir hesum reglum. Fyri at nágreina hetta, verður skotið upp, at orðingin av nevndu ásetingum verður broytt soleiðis, at tað framgongur at viðkomandi skjøl skulu gerast eftir teimum reglum, sum felagið ger ársfrásøgn eftir. Nakrar ásetingina vísa til 36. Nágreinginin, sum skotin er upp, fer sostatt eisini at hava ávirkan á tær ásetingar, sum vísa til 36. Tað er m.a. galdandi fyri 160 um ger av yvirtøkujavna við kapitalhækkan. Skotið verður upp, at í 36, stk. 4, 4. pkt., verður grannskoðararátekning broytt til váttan um grannskoðan. Bakstøðið fyri hesum er, at terminologiðin í grannskoðaralógini er broyt við broytingum í grannskoðaralógini. Við uppskotinum verður terminologiðin í samsvari við terminologiðina í grannskoðaralógini eftir uppskotinum til broyting í í grannskoðaralógini. Til nr. 19 ( 38, stk. 1, nr. 1) 38 i vinnufelagalógini snýr seg um, nær tað er møguligt at lata vera við at gera metingarfrágreiðing eftir lógarinnar 36, stk. 1, nr. 1, í sambandi við innskot við øðrum virðum enn reiðum peningi í eitt kapitalfelag. Við uppskotinum um at broyta 38, stk. 1, nr. 1, verður tað nágreinað, at skal undantakið í nr. 1 verða nýtt, er tað eitt krav, at vikomandi aktiv, er máta til dagsvirði. Harumframt verður skotið upp, at tað verður nágreinað, at tað eisini er møguligt at nýta undantakið uppá skyldur (nettoaktivir), um somu treytir, sum skulu verða loknar viðvíkjandi aktivum, eru loknar fyri skyldur (nettoaktivir). Við nettoaktivir skilst tey aktiv og tær skyldur, sum verða yvirtikin, og samlaða upphæddin, sum tað kann útgevast kapitalpartar fyri. T.v.s. virðið av aktivunum frádrigið virðið av skyldum. Sostatt er møguligt at nýta ásetingina í sambandi við innskot av eintøkum aktivum, í sambandi við innskot av bæði aktivum og skyldum, og við tí innskot av eini verandi fyritøku, ella einum sjálvstøðugum parti av eini fyritøku, um hinar treytirnar um virðisásetan, presentatión og grannskoðan eru loknar. Til nr. 20 ( 38, stk. 2, nr. 1) 70/159

71 38 i vinnufelagalógini snýr seg um, nær tað er møguligt at lata vera við at gera metingarfrágreiðing eftir lógarinnar 36, stk. 1, nr. 1, í sambandi við innskot við øðrum virðum enn reiðum peningi í eitt kapitalfelag. Uppskotið um broyting av 38, stk. 2, nr. 1, har skotið verður upp, at ognini og virði hennara verður broytt til: ognum og skyldum (nettoognum) og virði teirra,, er ein avleiðing av broytingini av 38, stk. 1. Til nr. 21 ( 40, stk. 2) Í 40, stk. 2, í vinnufelagalógini er ásett, at kapitalfelagið kann ikki verða skrásett uttan so, at minst 25 prosent av samlaða kapitalinum, tó í minsta lagi kr., sbr. 4, stk. 2., er inngoldin í samsvari við 33. Um yvirkursur er ásettur, skal allur yvirkursurin vera inngoldin, sbr. 33, stk. 1 Skráseting av kapitalfelagnum er ein treyt fyri stovnan av vinnufelagnum sum løgfrøðiligur persónur við avmarkaðari ábyrgd, og hevur eisini týdning fyri, at stovnararnir ikki hefta. Skyldan at tryggja, at skráseting verður framd, áliggur vinnufelagains høvuðsleiðslu. Skotið verður upp, at 40, stk. 2, í vinnufelagalógini verður broytt soleiðis, at tað týðiliga gongur fram av sjálvum lógartekstinum, at tað skal skjalprógvast, at felagskapitalurin er inngoldin, áðrenn felagið kann verða skrásett. Eftir fyrisitingarligari siðvenju er tað ein treyt, at kapitalurin er inngoldin til felagið í seinasta lagi, tá ið felagið verður skrásett, ella tá ið fráboðað verður Skrásetingini, at felagið er stovnað. Sum avleiðing av uppskotinum um at lækka kapitalkravið fyri smápartafeløg úr kr til , verður 40, stk. 2, broytt, við tað at ásetingin í 40, stk. 2, vísir til eitt kapitalkrav uppá kr , sum verður broytt til kr Eisini verður skotið upp, at tað í 40, stk. 2, 2. pkt., bert verður víst til 33, stk. 1, soleiðis, at bæði ásetingin um fult inngjald av møguligum yvirkursi og parvíst inngjald av yvirkursi í smápartafeløgum verða umfatað. Til nr. 22 ( 40, stk. 6) Eftir galdandi 40, stk. 6, í vinnufelagalógini kann avgerast, at stovnanin roknskaparliga skal hava virkan aftur í tíð, um stovnanin fer fram við innskotið av eini verandi fyritøku ella einum avgerandi kapitalposti í eini aðrari fyritøku. Skotið verður upp, at ein avgerandi kapitalpost í einum øðrum kapitalfelagi verður broytt til: ein avgerandi post av eigarapørtum í einari aðrari fyritøku. Orsøkin til tað er, at orðingin eftir uppskotinum bæði dekkar ein avgerandi kapitalpost í einum øðrum kapitalfelag, og ein avgerandi eigarapart í t.d. einum kommandittfelag. Tá tað skal avgerast, um talan er um ein avgerandi eigarapart, skulu ásetingarnar í 6 og 7 í vinnufelagalógini nýtast. Til 23 ( 41) 71/159

72 Eftir 41, stk. 2, í vinnufelagalógini er møguligt at stovna kapitalfelag soleiðis, at stovnanin fyrst fær rættarvirkna eina tíð, sum liggur eftir stovningardagfestingina. Nærri treytirnar fyri hesum framganga av 40, stk. 3-5 í lógini. Skotið verður upp, at tað verður nágreinað, at tað ikki er stovningardagfestingin, sum verður útskotin, men dagfestingin fyri rættarvirkningar av stovnanini, sum sbrt. 40, stk. 3-5, kann vera eftir dagfestingina av undirskrivingini av stovningarskjalinum. Talan er um redaktionellar broytingar, sum ikki hava innihaldsligar broytingar við sær. Til nr. 24 ( 42 og 42 a) Skotið verðir upp, at 42 í vinnufelagalógini um seinri útveganir verður strikað, og verður avloyst av tveimum nýggjum ásetingum, 42 og 42 a. Galdandi 42, stk. 2, verður sett í nýggjari orðing í 42, meðan galdandi 42, stk. 1 verður sett í nýggjari orðing í 42 a. 42 Eftir galdandi 4, stk. 2, í vinnufelagalógini, hevur høvuðsleiðsla partafelagsins ábyrgdina av, at útveganin ikki er til skaða fyri partafelagið ella partaeigararnar ella fyri kravánarar hjá partafelagnum. Skotið verður upp, at tað verður nágreinað, at tað í øllum kapitalfeløgum, t. v. s. eisini í smápartafeløgum, er eitt krav, at útvegan av ognum frá stovnarum, kapitaleigarum og limum av kapitalfelagsins leiðslu ikki er felagnum, kapitaleigarum ella kravánarum at skaða. Uppskotið um at nágreina, at reglurnar um hetta ikki einans eru galdandi fyri partafeløg, men eisini fyri smápartafeløg, skal fatast í tí høpinum, at yvirskipaðað meginreglan í 115, nr. 5, 116, nr. 5, og 118, stk. 2, er, at høvuðsleiðslan hevur ábyrgdina av, at felagsins kapitaltilbúgving til eina og hvørja tíð er fullgóð. 42 a Eftir galdandi 4, stk. 1, í vinnufelagalógini, skulu seinri útveganir hjá einum partafelag av aktivum frá einum stovnara í ávísum førum góðkennast av aðalfundinum. Eftir uppskotinum heldur galdandi 42, stk. 2, fram í nýggjari 42 við ritstjórnarligum broytingum soleiðis, at tað verður tryggjað, at ivi ikki verður um, nær útveagnir hjá einum partafelag frá einum stovnara krevur góðkenning frá aðalfundinum. 42 a í uppskotinum verður bert nýtt uppá partafeløg, og bert uppá seinri útveganir, eins og tað er eftir galdandi reglum. Eftir 42 a, stk. 1, í uppskotinum skal útveganin eins og higartil góðkennast av aðalfundinum, um útveganin fer fram í tíðarskeiðinum ímillum tann dag, undirskrivingin av stovningarskjalinum er farin fram, og upp til 24 mánaðir eftir, at kapitalfelagið er skrásett, og viðurgjaldið samsvarar við í minsta lagi 1/10 av felagskapitalinum. Báðar treytir skulu verða loknar fyri at útveganin skal góðkennast av aðalfundinum. 72/159

73 Eftir uppskotinum skal høvuðsleiðsla kapitalfelagsins til nýtslu í sambandi við aðalfundarinnar avgerð um góðkenning gera eina frágreiðing um tær nærri umstøðurnar viðvíkjandi útveganini, eins og tað er galdandi í dag. Talan er bert um redaktionellar broytingar, og ikki um innihaldsligar broytingar. Til nr í vinnufelagalógini ásetir, at útvegar eitt partafelag ognir frá einum stovnara, og útveganin er fevnd av 42, stk. 1, skal gerast ein virðismeting. Sum avleiðing av at verandi 41, stk. 1, eftir uppskotinum verður avloyst av nýggjari 42 a, verður skotið upp at broyta tilvísingina í 43, stk. 1, til 42 a. Til nr. 26 Sum avleiðing av nýggju 42 a, verðir skotið upp, at 44 verður nágreinað. Skotið verður upp, at tað í 44, stk. 1, verður gjørt greiðari, at freistin fyri at almannakunngerða nevndu skjøl, verður roknað frá tí, at aðalfundurin hevur góðkent útveganina. Eisini verður skotið upp at nágreina, at almannakunngerðingin fer fram í kt- skipan Skráseting Føroya, og at leiðsluváttan kann koma ístaðin fyri metingarfrágreiðing. Talan er bert um redaktionellar broytingar Til nr. 27 Í 44, stk. 2, í galdandi vinnufelagalóg er ásett, at 42 og 43 eru ikki galdandi fyri vanligu handilsligu dispositiónir partafelagsins. Sum avleiðing av, at 42, stk. 1, verður avloyst av 42 a, verður skotið upp, at tilvísingin í 44, stk. 2, til 42, stk. 1, verður broytt til 42 a. Til nr , stk. 4, í vinnufelagalógini snýr seg um atkomuligheitina til eigarabók kapitalfelagsins í elektróniskum formi. Tað fylgir av nevndu áseting, at eitt kapitafelag kann lúka skyldur sínar eftir stk. 1-3 um felagið fráboðar upplýsingarnar, sbr. 52, til kt-skipan Skráseting Føroya (eigaraskráðin), sbr. 58, stk. 2. Uppskotið um broyting av 51, stk. 4, er ein rætting av einum tilvísingarfeili við tað at galdandi 51, stk., 4, bert vísir til 58, stk. 2, men eigur at vísa til 58, stk. 1 og 2. Hetta er rætting av tilvísingarfeili. Til nr. 29 Í 52 í vinnufelagalógini eru reglur um, hvørjar upplýsingar eigarabókin skal innihalda. 73/159

74 Skotið verður upp, at ásetingin verður orðað av nýggjum soleðis, at ásetingin verður býtt upp í fleiri stykkir. Við uppskotinum til stk. 1 verður kravið um upplýsingar broytt soleiðis, at kravið um uppskriving í nummarraðfylgju verður strikað. Frameftir skal eigarabókin hjá kapitalfelag, sum hevur givið út navnakapitalpartar innihalda upplýsingar um kapitaleigarans samlaðu goymslur av kapitalpørtum, kapitaleigarans og og veðhavarans navn og bústað, (og tá tað snýr seg um fyritøkur, skrásetingartal og heimstað), dagfesting fyri útvegan, avhendan ella veðseting, heruppií stødd á kapitalpørtunum og tey atkvøðurættindi, sum er knýtt at kapitalpørtunum. Er kapitaleigarin ella veðhavarin útlendskur ríkisborgari ella ein útlendskur jursidiskur persónur, skal onnur skjalváttan leggjast við, sum tryggjar eintýddað eyðmerking av kapitaleigaranum ella veðhavaranum, sbr. uppskotið til stk. 2. Eisini verður skotið upp, at fyri partafeløg, sum hava givið út eigaraprógv ella hava givið út partabrøv gjøgnum eina virðibrævamiðstøð, verða stk. 1 og 2 ikki nýtt. Til nr. 30 og í vinnufelagalógini snýr seg um fráboðan um eigaraskifti og vegseting. Sum avleiðing av, at 54 verður orðað av nýggjum, og fyri fáa eina betri skipan av ásetingunum í 53 og 54, verður skotið upp, at ásetingin í galdandi 54, stk pkt., verður flutt til eitt nýtt stykki 4 í 53. Àsetingin er tann sama, sum var í 25, stk. 4, í fyrr galdandi partafelagslóg, hareftir felagið, ella tann, sum førir eigarabókina, skal átekna á navnapartabrævið, at uppskriving er framd, ella, tá viðtøkurnar áseta tað, lata skjalprógv fyri, at uppskriving er framd, afturfyri, at partabrævaskjalið verður latið í varðveitslu (deponerað). Alternativi møguleikin at lata skjalprógv fyri, at uppskriving er framd, afturfyri, at partabrævaskjalið verður latið í varðveitslu, hevur serliga atlit til partabrøv, sum verða handla í útlandinum. Sum fylgja av at galdandi áseting í 54, stk. 3, verður strikað, og ásetingin í 2. pkt., verður sett sum nýtt stk. 4 í 53, verður skotið upp, at broyta 53, stk pkt., soleiðis, at tað verður víst til nýggju ásetingina í stk. 4 og ikki til 54, stk. 3. Talan er redaktionellar broytingar. Til nr. 32 ( 54) Í 54 í vinnufelagalógini ásetir, hvørjir upplýsingar skulu førast inn í eigarabókina fyri partafeløg, sum ikki hava givið út partabrævaskjøl, ella sum ikki hava givið út partabrøv gjøgnum eina virðisbrævamiðstøð. Uppskotið til orðing av 52 ásetir krøvini um upplýsingar fyri eitt kapitalfelag, sum hevur givið út navnapartabrøv, umframt at krøvini um upplýsingar ikki verða nýtt fyri partafeløg, sum hava givið út eigaraprógv, ella hava givið út partabrøv gjøgnum eina virðisbrævamiðstøð. Skotið verður upp, at 54 verður orðað av nýggjum soleiðis, at ásetingin fer at snúgva seg um innihaldskrøvini til umtaluna av handhavapartabrøvum í eini eigarabók. Eftir uppskotinum skal eigarabókin hjá einum partafelag, sum hevur givið út handhavapartabrøv, 74/159

75 innihalda upplýsing um raðtali. Uppskotið til orðing av 54 skal lesast í sambandi við, at ein stórur partur av 54 er fevndur av 52, 53 og 59 Til nr. 33 ( 55) 55, stk pkt., í vinnufelagalógini snýr seg um heimild at áseta reglur, sum víkja frá ásetingini í stk. 1, um fráboðan av kapitalpørtum, sum kaptaleigari hevur ræði á, viðvíkjandi partabrøvum, ið verða handlað á einum reguleraðum marknaði, heruppií reglur um styttri fráboðanarfreist. Partabrøv, ið verða handlað á einum multilateralum handilsfasiliteti skulu eisini verða eisini fevnd av ásetingini, og 55, stk. 3, 2., pkt. verður tí broytt samsvarandi. Til nr. 34 ( 57 a) Skotið verður upp sum 57 a, at seta nýggja áseting í vinnufelagalógina um skráseting av smærri nøgd av handhavapartabrøvum (minni enn 5%). Sum nevnt í almennu viðmerkingunum eigur tað eftir altjóða krøvum viðvíkjandi skattaviðurksiftum at vera møguligt at eyðmerkja eigararnar av handhavapartabrøvum. Eftir vinnufelagalógini kunnu partafeløg geva út handavapartabrøv, har samleiki partaeigarans kann vera ókendur fyri felagið. Partaeigarin hevur tó skyldu til at fráboða felaganum, um partaeigarin eigur í minsta lagi 5 pst. av atkvøðurættinum hjá felagskapitalinum ella eigur í minsta lagi 5 pst. av felagskapitalinum, um viðkomandi vil nýta sinar fyrisitingarligu heimildir á aðalfundi felagsins. Eftir vinufelagalógini skulu øll parta- og smápartafeløga hava eina eigarabók, t.e. eitt yvirlit yvir allar kapitaleigarar. Eftir 53 skal kapitaleigarin veðhavarin boða kapitalfelagnum frá um eigaraskifti í seinasta lagi 2 vikur eftir, at eigaraskifti ella veðseting er farin fram. Eftir uppskotinum skal tann, sum hevur útvegað sær eitt ella fleiri handhavapartabrøv, og sum hevur færri enn 5 prosent av atkvøðurættinum hjá felagskapitalinum ella færri enn 5 prosent av felagskapitalinum, skrásetast í kt-skipan Skráseting Føroya. Tað er bert tann, sum hevur færri enn 5 prosent av atkvøðurættinum hjá felagskapitalinum ella færri enn 5 prosent av felagskapitalinum, sum hevur skyldu at fráboða til Skrásetingina. Orsøkin til ikki at áleggja teimum, sum hava 5 pst. ella meira av atkvøðurættinum hjá felagskapitalinum ella 5 pst. ella meira av 5 prosent av felagskapitalinum, er, at tað longu fyri hesar er ein fráboðarskylda til felagið, sum síðani hevur skyldu at fráboða til Skrásetingina. Tann, sum útvegar sær parta- ella smápartabrøv kann vera ein fysiskur ella løgfrøðiligur persónur. Viðkomandi skal eftir stk. 2 í uppskotinum skráseta upplýsingar um útveganardag, tal av handhavapartabrøvum og fulla navn, bústað og p-tal, ella fyri feløg, v-tal, og heimstað hjá tí, sum útvegar sær handhavapartabrøvini. Um tann, ið útvegar sær handhavapartabrøv, hvørki hevur p-tal ella v-tal, skulu skrásetast aðrar upplýsingar, sum tryggja eina eintýdda eyðmerking av viðkomandi. 75/159

76 Um tann, sum hevur eitt ella fleiri handhavapartabrøv, sum eru skrásett eftir reglunum í uppskotinum, avhendar tey til ein annan fysiskan ella løgfrøðiligan persón, hevur tann, sum avhendar, skylduna at skráseta avhendanina. Tann, sum útvegar hevur skyldu at skráseta seg í eigaraskránni, sum útvegari av nevndu partabrøvum. Skyldan at skráseta ávikavist útveganina ella avhendanina av einum ella fleiri handhavapartabrøvum áliggur einstaka utvegaranum ella avhendara. Felagið hevur ikki skyldu at skráseta eigaraskapin av handhavapartabrøvum, tí hesin eru í byrjunarstøðu ikk kendur fyri felagið. Upplýsingar um hanhavapartabrøv í eigaraskránni skulu varðveitast samsvarandi generellu reglunum í vinnufelagalógini um hetta, t. v. s. 10 ár eftir, at viðkomandi persónur ikki longur er skrásettur í kt- skipan Skráseting Føroya, sbr. 18, stk. 2, í vinnufelagalógini. Skyldan at fráboða er ikki galdandi, um talan er um partabrøv í einum vinnufelag, sum hevur partabrøv, sum eru tikin upp til handils á einum á einum reguleraðum marknaði. Orsøkin til hetta undantakið er, at altjóðað tilmælini ikki fevna um vinnufeløg, hvørs partabrøv eru tikin upp til handils á einum reguleraðum marknaði. Harumframt er tað eftir umstingarligum atlitum skilabetri at undantaka hesar partaeigararnar, tí talan er um vinnufeløg, hvørs partabrøv verða handla ofta á einum gjøgnumskygdum marknaði. Nevndu upplýsingar kunnu bert latast víðari, um upplýsingarnar eru neyðugir fyri at tann almenna myndugleikin kann røkja sínar skyldur sum eftirlits- og eftirkanningarmyndugleiki, og víðarilatanin fer fram samsvarandi løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum. Víðarilatan av upplýsingunum skal metast eftir reglunum í løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum. Skrásetingin í eigaraskránni hjá Skráseting Føroya hevur ikki við sær, at ein útvegari ella avhendari, sum skal skráseta ein útvegan ella avhendan av einum ella fleri handhava partabrøvum, fær atgongd til aðrar upplýsingar í viðkomansdu felag, heruppí ei heldur um aðrar sum hava handhavapartabrøv. Eftir stk. 6 í uppskotinum verður heimild latin til Skráseting Føroya at áseta nærri reglur um skrásetingina heruppí reglur um, hvørjar upplsýsingar skulu latast fyri at eyðmerkja viðkomandi útvegara ella avhendara og tað ella tey handhavapartabrøv umframt mannagongd í sambandi við skrásetingina. Til nr. 35 og 37 ( 59 og 60, stk. 4) 59 og 60 í vinnufelagalógini snúgva seg um eigaraprógv. Orsakað av at kravið um tilskilan av raðtali, tá kapitalpartar verða førdir í eigarabókina, verður strikað, við uppskotinum til orðing av 52, verður skotið upp, at 59 og 60, stk. 4, verða broytt samsvarandi soleiðis, at kravið um raðtal verður strikað. Tó skal raðtal framvegis tilskilast fyri handhavapartabrøv. Til nr. 36 ( 60, stk. 1) Eftir 60, stk. 1. pkt. í vinnnufelagalógini kann høvuðsleiðslan gera av at geva út og strika eigaraprógv. Eftir 60, stk. 1, 2. pkt., kunnu eigaraprógv bert verða givin út, um tað er ásett 76/159

77 í viðtøkunum, sbr. tó 64, stk. 1, ella um eigaraprógv eru umfarsskjøl ella givin handhava, soleiðis at eigaraprógv skulu gevast út fyri allar kapitalpartar, uttan so at eigaraprógvini verða givin út gjøgnum eina virðisbrævamiðstøð, sbr. 7, stk. 1, nr. 3 í lov om værdipapirhandel m.v., soleiðis sum lógin er sett í gildi fyri Føroyar við kongaligari fyriskipan. Í uppskotinum verður tilvísingin í 60, stk. 1, 2. pkt., til 7, stk. 1, nr. 3 í virðisbrævhandilslógini broytt til nr. 6, tí allýsingin av einum virðisbrævamiðstøð er í 7, stk. 1, nr. 6 í virðisbrævahandilslógini. Hetta er redaktionell broyting. Til nr. 38 ( 61, stk. 4) Eftir 61, stk. 4, hevur høvuðsleiðslan skyldu at tryggja, at ein framd kapitallækkan og støddin á kapitallækkanini verður skrásett í eini virðisbrævamiðstøð skjótast til ber, eftir at kapitaklækkanin er framd. Sum galdandi áseting er orðað, kann tað hava misskiljingar við sær, og skotið verður tí upp, at ásetingin verður nágreinað soleiðis, at omanfyri nevnda skylda greitt sæst av ásetingini. Uppskotið hevur ikki materiellar beroytingar við sær. Til nr. 39 ( 63) 63, 2. pkt., snýr seg um partabrøv, sum eru innkallað til skráseting í eini virðisbrævamiðstøð. Skotið verður upp, at tilvísingin í 63, 2. pkt., til 4 í virðisbrævahandilslógini verður broytt til 4, stk. 1 í virðisbrævahandilslógini. Hetta er ein nágreing. Talan er um redaktionella broyting, sum ikki hevur materiellar broytingar við sær. Til nr. 40 ( 64, stk. 1) Í 64, stk. 1, í vinnufelagalógini er ásett, at eru kapitalpartarnir hjá einum felagi upptiknir til handils á einum reguleraðum marknaði, kunnu partaeigararnir ikki krevja, at partabrævaskjøl verða útgivin. Skotið verður upp, at tilvisingin í 64, stk. 1, til virðisbrævahandilslógin verður strikað. Hetta er ein avleiðing av uppskotinum um at seta eina áseting í 5 í vinnufelagalógina vivíkjandi allýsingum, sum vísir til allýsingina av einum reguleraðum marknaði í virðisbrævahandilslógini, sbr. 1, nr. 4 í uppskotinum Talan er um redaktionella broyting, sum ikki hevur materiellar broytingar við sær. Til nr. 41 ( 67, stk. 1) 77/159

78 67, stk. 1, í vinnufelagalógini snýr seg um forkeypsrætt, sum kapitaleigarar ella onnur kunnu hava til kapitalpartar. Skotið verður upp, at orðingin um kapitalpartar verða avhendaðir verður broytt til: um kapitalpartar skifta eigarar fyri at gera tað greiðari, at ásetingin umfatar øll føri, har kapitalpartar skifta hendur, heruppií eisini í sambandi við gávu, arv og rættarsøkn. Talan er um redaktionella broyting, sum onga materiella broyting hevur við sær. Til nr. 42 ( 67, stk. 2) Skotið verðður upp, at dómsviðgerð í 67, stk. 2, í vinnufelagalógini verður broytt til broytt til: høvuðsdómsviðgerðina samsvarandi nýtsluna av hugtøkunum í rættargangslógini. Endamálið er at tryggja samsvar millum nýtsluna av hugtøkunum í rættargangslógini og vinnufelagalógini. Talan er um redaktionella broyting. Til nr. 43 ( 70-72) í vinnufelagalógini snúgva seg um útloysing av kapitalpørtum hjá kapitaleigarum. Av 70 sæst, at minnilutakapitaleigarar, sum skulu útloysast, skulu innkallast á sama hátt, sum lógin og viðtøkurnar fyriskipa um innkallan til aðalfund. Tað er ein freist uppá 4 vikur at avhenda kapitalpartin. Treytirnar fyri útloysing og metingargrundarlagið umframt onnur viðuskskifti, sum nevnd í 70, stk. 2 og 3, skulu síggjast í áheitanini frá útloysandi kapitaleigara. Hava minnilutakaptaleigarar ikki latið við eg koma, áðrenn freistin er úti, og hava teir ikki avhendað kapitalpartarnar til útloysandi kapitaleigaran, skal heitast á viðkomandi um at gera hetta við kunngerðing í kt- skipan Skráseting Føroya við eini freist uppá í minsta lagi 3 mánaðir, sbr. 72. Alla hesa tíðina er minnilutakapitaleigarin framvegis kapitaleigari. Um minnilutakapitaleigarin framvegis ikki letur við seg koma, skal útloysandi kapitaleigarin deponera útloysingarupphæddina, tá freistin er úti, og verða kapitalpartarnir síðani uppskrivaðir í navninum hjá útloysandi kapitaleigaranum. Fyrst tá verða kapitalpartarnir mettir at verða farnir yvir til útloysandi kapitaleigaran, og minnilutakapitaleigarin er ikki longur kapitaleigari í felagnum. Fyri at gera ásetingarnar í greiðari, og fyri at nýta sama heitið sum í 73, verður eftir uppskotinum nýtt heitið minnilutakapitaleigari. Talan er um redaktionella broyting. Uppskotið hevur við sær, at minnilutakapitaleigararnir, sum verða útloystir, bert eru kapitaleigarar til ta løtu, tá útloysandi kapitaleigarin hevur deponerað útloysingarupphæddina, sum kann gerast eftir at freistin uppá 4 vikur er farin. Mett verður, at tað ikki er rímiligt, at minnilutaeigari kann varðveita sína støðu sum kapitaleigari við at lata vera við at útinna tær skyldur, sum fyriskipað í 70. Eftir uppskotinum til broyting av 72 varðveitir minnilutakapitaleigari tey rættindi, hann hevur eftir verandi áseting, t.v.s rættin at fáa eina meting gjørda av virðinum á 78/159

79 kapitalpørtunum (útloysingarkursurin) av einum metingarfólki innanfyri eina freist uppá 3 mánaðir aftrat, sbr. tó 70, stk. 4, í uppskotinum. Men skotið verður upp, at minnilutakapitaleigarin missir sína støðu sum kapitaleigari, tá tað verður deponerað, sum kann verða framd, eftir at freistin uppá 4 vikur er farin. Vil ein minnilutakapitaleigari hava eina meting frá metingarfólki av útloysingarkursinum, skal viðkomandi venda sær til útloysandi kapitaleigaran, sum síðani hevur ábrygdina av, at hendan prosessin verður sett í gongd. Fyri uppaftur betur at tryggja, at minnulutakapitaleigarin verður varður við útloysingartilboðið, verður skotið upp í 70, stk. 1, 3. pkt., at tilboðið hjá útloysandi kapitaleigaranum skal kunngerast í kt- skipan Skráseting Føroya longu í sambandi við 4- viku freistina í 70, stk. 2, 2. pkt. Kunngerðin skal í minsta lagi innihalda samsvarandi upplýsingar, sum, sbr. stk. 2, skulu síggjast av innkallingini (áheitanini) sbrt. stk. 2, 2. pkt. Skotið verður upp, at tað skal skoytast uppí innkallingina upplýsingar um, at útloysandi kaptaleigarin hevur rætt til at útloysa minnilutakapitalpartarnar eftir reglunum um tað í 72, og at fyrrverandi minnilutaeigararnir, sum nú eru útloystir, varðveita rættin at krevja at útloysingarkursurin verður ásettur av metingarfólki, eins og hendan avgerðin kann leggjast fyri dómstólarnar samsvarandi ásetingunum í 67, stk. 3, uttan so, at talan er um eina støðu, sum er fevnd av ásetingini, sum verður skotin upp í 70, stk. 4. Er talan um útloysing í sambandi við eitt framt yvirtøkutilboð eftir 31 og 32 í virðisbrævahandilslógini, sum er framt, verða reglurnar í virðisbrævahandilslógini um prísásetan nýttar í sambandi við útloysingina uttan so, at ein minnilutapartaeigari heitir á útloysandi kapitaleigaran um at fáa metingarfólk at áseta prísin. Er talan um útloysing í sambandi við eitt framt yvirtøkutilboð eftir 31 og 32 í virðisbrævahandilslógini verður prísurin tó í tveimum førum uttan víðari mettur rímiligur, t.e. 1) tá talan er um, at útloysingin eitt framhald av einum sjálvbodnum yvirtøkutilboði, har í minsta lagi 90 pst. av atkvøðugevandi kapitalinum, sum var fevndur av tilboðnum, hava góðtikið tilboðið, ella 2) um talan er um at útloysa eftir eini tilboðsskyldu. Hetta sæst ikki greitt av galdandi áseting í 70, men bert av viðmerkingunum til ásetingina. Eins og eftir verandi ásetingar í 72 verður skotið upp, at útloysandi kapitaleigarin kann deponera útloysingarupphæddina, og eigaraskapurin hjá minnilutakapitaleigara heldur uppat, tá tað verður deponerað. Skotið verður upp, at løtan fyri deponering verður framskunda í mun til verandi áseting soleiðis, at tað kann verða deponerað longu eftir, at 4- viku freistin í 70, stk. 1, 2. pkt., er farin. Í 72, stk. 3 verður skotið upp, at tað eins og higartil skal setast ein kunngerð í kunngering í kt-skipanin Skráseting Føroya, tó ikki nú ikki lomgiur soleiðis, at tað er ein áheitan um at avhenda kaptalpartarnar, men ein fráboðan til fyrrverandi kapitaleigararnir, sum eru útloystir, um mmøguleikan at metingarfólk ger meting av útloysingarkursin, og nær ein møgulig meting ella dómur kann væntast at vera til taks. Ásetingarnar um lógásetta útloysing (tvingsilsútloysing) verða eftir fyrisitingarligari praksis eisini nýttar uppá viðtøkuásetta útloysing. Broyting av reglunum um tvingsilsútloysing hava tí eisini týdning fyri viðtøkuásettar útloysingar. Til nr. 44 ( 74) Í 74 í vinnufelagalógini snýr seg um møguleikan at lækka felagskapitalin við amortisatión. 79/159

80 Ásetingin samsvarar við ásetingina 47, stk. 1, í gomlu partafelagslógini, og varð við vinnufelagalógini víðkað til eisini at fevna um smápartafeløg. Tað var ikki ætlanin, at gera materiellar broytingar í mun til ásetingina í gomlu partafelagslógini. Ásetingin í 74 skal lesast saman við 75 í vinnufelagalógini, sum snýr seg um tey føri, tá kapitallækkan sum liður í eini amortisatión kann fara fram uttan almannkunngerðing av áheitan ávinnufelagsins áognarar um at fráboða teirra krøv í felagnum í kt- skipan Skráseting Føroya. 75 er framhald av 47, stk. 3, nr. 1, í gomlu partafelagslógini, og varð við vinnufelagalógini víðkað til eisini at fevna um smápartafeløg. Tað var ikki ætlað at gera materiellar broytingar í mun til ta aður galdandi áseting í partafelagslógini. Verandi orðing av 74 og 75 kann skapa iva. Skotið verður tí upp, at 74 verður orðað av nýggjum soleiðis, at tað verður gjørt greitt, at ásetingin fevnir bæði um, nær kapitallækkan kann fara fram við útloysing av kapitapørtum og tey føri, har tað ikki nýtist at almannnkungera áheitan á vinnufelagsins áognarar um at fráboða teirra krøv í felagnum í ktskipan Skráseting Føroya. Orðgingin av 74, sum skotin er upp, merkir, at bert hendan ásetingin løgskipar amortisatión, og tívísingarnar til 74 í 192, stk. 3, og 193, stk. 1, 2. pkt. kunnu verða strikaðar. Sí 1, nr. 86 og 87 í uppskotinum. 74, stk. 1, í uppskotinum hevur sum fortreyt, at útloysingin skal fara fram eftir ávísum reglum, t.v.s. eini amortisatiónsætlan, sum skal verða ásett í kapitalfelagsins viðtøkum. Viðtøkurnar skulu innihalda ásetingar um amortisatiónstilgongdina. Nominella kapitalupphæddin, sum kann útloysast, nær útloysast kann og útloysingarkursurin, skal vera tilskilað í viðtøkunum. Nær tað kann útloysast, kann verða tilskilað annahvørt sum ein ávís dagfesting, ella tá ein nærri ásett upphædd er sett av til ein burturleggingargrunn, og útloysingin kann fara fram við at taka út ávísar kapitalpartar, ella við líka útlutan uppá allar ella ein ávísan kapitalflokk. Í stk. 2 verður skotið upp, at í sambandi við kapitallækkan við amortisatión kann viðurleggingin til kapitaleigararnir, um tað er ásett í viðtøkunum, fara fram við at útgeva obligatiónir. Eftir stk. 3 í uppskotinum kann høvuðsleiðslan seta í verk amortisatión fyri teir kapitalpartar, sum eru teknaðir eftir, at ásetingarnar um lækkan av felagskapitalinum við amortisatión eru tiknar við í viðtøkurnar. Viðtøkubroytingar sum avleiðing av hesum, kunnu samtykkjast av høvuðsleiðsluni. Eftir 115, 116 og 118, stk. 2, hevur høvuðsleiðslan ábyrgdina av, at kapitaltilbúgving kapitalfelagsins til eina og hvørja tíð er fullgóð. Hendan ábyrgd er altíð galdandi viðvíkjandi kaptalfelagsins kapitaviðurskiftum, og er sostatt eisini galdandi í sambandi við kapitallækkan í sambandi við amortisatión. Høvuðsleiðslan skal tí taka støðu til, um tað eftir eina lækkan er fullur dekkningur fyri felagskapitalinum, grunnin fyri amortiserað partabrøv, tiltakspeningur fyri egin partabrøv, tiltakspeningur fyri uppskriving eftir innaravirðiháttinum, øllum øðrum uppskrivingar- og uppreguleringartiltakspeningi, sum er bundin sbrt. viðtøkunum. Leiðslan skal harumframt ansa eftir, at kapitaltilbúgving kapitalfelagsins í sambandi við kapitallækkan við amortisatión ér forsvarlig í mun til raksturin av felagnum. Um ein viðtøkuásett, planløgd amortisatión ikki er í samsvari við felasins fíggjarligu støðu ella kapitallilbúgving, hevur leiðslan eina sjálvstøðuga skyldu at at gera vart við hetta 80/159

81 mótvegis kapitaleigarunum. Kapitallækkanin kann ikki verða framd við eini upphædd, sum minkar felagskapitalin undir lógásetta minstamarkið, sbr. 4, stk. 2, í vinnufelagalógini. Stk. 4 snýr seg um, nær amortisatión kann fara fram, uttan at áognararnir við skrásetingini hjá Skráseting Føroyakan fáa møguleika at fráboða teirra krøv. Tað kann fara fram, um hesar treytir eru loknar: 1. Lækkingin fer fram við at strika fult inngoldnar kapitalpartar. 2. Kapitalpartarnir eru fingnir annaðhvørt uttan viðurgjald ella fyri eitt viðurgjald, sum ikki fer upp um ta upphædd, sum kann nýtast til vinningsbýti, undir hesum við at geva út obligatiónir. 3. Ein upphædd, sum svarar til virðið á strikaðu kapitalpørtunum, verður sett í serligan grunn. Allar hesar treytir skulu verða loknar. Avgerð um at lækka felagskapitalin við amortisatión skal fráboðast Skráseting Føroya. Eru treytirnar í nr. 1-3 ikki loknar, er mannagongdin, at kapitallækkanin skal fráboðast og skrásetast tvær ferðir. Fyrst má avgerðin fráboðast og skrásetast við áheitan á áognararar at fráboða teirra krøv. Eftir at proklamafreitin er farin kann endaliga fremjanin fráboðast og skrásetast. Um treytirnar í nr. 1-3 eru loknar, og skjalprogv um tað er lagt við fráboðanini, verður skrásett, at kapitallækkanin er framd samstundis við avgerðini. Uppskotið til stk. 4 broytir ikki rættarstøðuna. Til nr. 45 ( 75) Ásetingin í 75 í vinnufelagalógini snýr seg um tey føri, tá kapitallækking, sum liður í eini amortisatión, kann fara fram uttan kunngerðing í kt-skipan Skráseting Føroya av áheitan á kravánarar kapitalfelagsins at fráboða krøv síni til felagið, um lækkingin fer fram við ógilding av fult inngoldnum kapitalpørtum, sbr. 192 og 193. Skotið verður upp, at 75 verður strikað, tí innihaldið í ásetingini er við redaktionellum broytingum og nágreiningum sett í ta nýggju orðingina av 74, sum stk. 4. Til nr. 46 ( 80) 80, stk. 4, í vinnufelagalógini ásetir, at fulltrú til leiðslu kapitalfelagsins kann ikki verða latin fyri longri tíðarskeið enn 12 mánaðir og skal latast til ein ávísan aðalfund við eini frammanundan kendari dagsskrá. Vinnufelagalógin hevði við sær, at tíðaravmarkingin uppá 12 mánaðir fyri fulltrúðir til onnur enn leisðlu felagsins, varð strikað. Við somu lóg varð tíðaravmarkingin uppá 12 mánaðir varðveitt, eins og fulltrúðin skuldi verða givin til ein ávísan aðalfund við eini frammanundan kendari dagsskrá. 81/159

82 Avmarkingarar vórðu varðveittar, tí at leiðslan í einum kapitlafelagið ikki skuldi hava møguleika til at samla saman blanco-fulltrúðir frá kapitaleigarunum, sum kundi hava við sær, at avgerðir vórðu tiknar, sum ikki samsvaraðu við áugamál kapitaleigaranna. Harumframt skuldi hetta stuðla undir atktivan eigaraskap. Hesar avmarkingar kunnu í fleri førum hava øvugta virknað, og kunnu virka sum ein forðing fyri, at kapitaleigararnir kunnu útinna sínar fyritingarligu rættindi í felagnum. Við støði í hesum verður skotið upp, at vinnufelagalógin heldur ikki tá tað snýr seg um fulltrú til nevndina skal áseta serligar treytir. Tað er sostatt upp til kapitaleigararnar og skotið verður tí upp, at 80, stk. 4, verður strika Til nr. 47 ( 84) 84 í vinnufelagalógini snýr seg um rætt partaeigaranna at luttaka og atkvøða á aðalfundi í einum partafelag, sum hevur partabrøv tikin upp til handilds á einum reguleraðum marknaði. Tað er tørvur á at nágreina, hvat er galdandi viðvíkjandi teimum freistum, sum ásetingin snýr seg um. Ásetingarnar í stk. 1-4 í uppskotinum eru galdandi fyri partafeløg, sum hava partabrøv tikin upp til handilds á einum reguleraðum marknaði. Ásetingarnar eru framhald av verandi 84, stk. 1 og 2. Fyri hesi feløg skal altíð vera ein skrásetingardagseting (stk. 1-3 í uppskotinum), meðan tað er sjálvboðið, um ásetingin um, at partaeigarar skulu fráboða luttøku á aðalfundinum (stk. 4 í uppskotinum) skulu verða nýttar. Í stk. 1 í uppskotinum, sum er framhald av galdandi 84, stk. 1, 1. pkt., verður skotið upp, at skrásetingardagsetingin er avgerandi fyri, hvørt ein partaeigari hevur rætt til at møta á aðalfundi og at greiða atkvøðu sbrt. teimum partabrøvum, sum viðkomandi hevur. Ein tílík skrásetingardagseting er sostatt skeringsdagur fyri, hvør kann luttaka og greiða atkvøðu á aðalfundinum og í hvørjum vavi. Í stk. 2 í uppskotinum, sum er framhald av galdandi 84, stk. 2, verður skotið upp, at partabrøvini, sum partaeigararnir hava, og atkvøðurættindini verða gjørd upp skarásetingardagin. Avgerandi er, at kapitalviðurskiftini eru skrásett í eigarabókini, ella at partafelagið hevur fingið fráboðan um eigaraviðurskiftini, sum enn ikki eru førd í eigarabókina. Í uppskotinum til stk. 3, sum er framhald av galdandi 84, stk. 1, 2. pkt., verður skotið upp, at skásetingardagsetingin skal vera ein vika áðrenn aðalfundin. Skrásetingardagurin er skeringsdagur. Tað merkir, at tað ikki skal roknast eftir freistreglunum í vinnufelagalógini, men eftir vanligari málsligari fatan.t. v. s. at at ein vika gongur frá vikudag til vikudag. Er aðalfundurin ein mánadag, skal uppgerðin vera gjørd sunnudagin frammanundan Í stk. 4, 1. pkt. í uppskotinum, sum er framhald av galdandi 84, stk. 1, 3. pkt., verður skotið upp, at tað kann verða ásett í viðtøkunum, at luttøkan hjá partaeigara á aðalfundi skal verða fráboðað til partafelagið í seinasta lagi 3 dagar frammanundan aðalfundinum. Tað er sostatt ikki krav um, at ásetingin um fráboðan til aðalfundin skal verða nýtt, men um tað ynskist at nýta 3-daga freistina, skal aðalfundurin taka avgerð um at seta áseting um hetta í viðtøkurnar. 82/159

83 3-daga freistin er øvugt skrásetingardagsetingini fevnd av reglunum í 21 í vinnfelagalógini um hvussu freistir skulu roknast. Eftir praksis skal freistin roknast frá degnum fyri aðalfundin, og skal roknast sum heil samdøgur. Tað merkir, at um aðalfundurin verður hildin fríggjadag tann 12., skal freistin rokast roknast frá tí 11. Freistin at fráboða til aðalfund er tí mánadag tann 8. kl Verður aðalfundurin hildin mikudag tann 10., verður freistin roknað frá týsdegi tí 9., og freistin at fráboða er tí úti leyðardag tann 6. kl Tó fylgir tað av 21, stk. 2, í vinnufelagalógini at fráboðast skal í seinasta lagi síðsta gerandisdag áðrenn, t.v.s. at síðsta freist at fráboða er fríggjadag tann 5. kl Endamálið við 3- daga freisitini er at trygga, at vinnifelagið hevur neyðuga tíð til at fyrireika aðalfundin. Verður mett í einum vinnifelagið, at tað er nøktandi at vinnufelagið hevur yvirlit yvir luttakandi kapitaleigararnar t.d. dagin fyri aðalfundin, kann felagið stytta fresitina til 1 ella 2 dagar. Fyri feløg, sum hava ásetingar í viðtøkunum um freist fyri at fáa atgongumerki til aðafundin, er ein freist, sum er ásett sbrt. 84, stk. 2, í hesum uppskotinum, ein freist eftir vinnufelagalógini, og freistin verður tí roknað sbrt. 21 í vinnufelagalógini, sbr dømini omanfyri. Ein vinnufelag hevur tó møguleika at meta eina fráboðan ella áheitan um atgongumerki fyri at vera rættstundis, um fráboðanin ella áheitanin er í felagins postkassa dagin eftir ella fyrsta gerandisdag eftir art freistin er farin. Tað er heldur einki sum forðar fyri, at felagið nevnir, at fráboðanir ella áheitanir um atgongumerki, sum er móttikin t.d. komandi gerendisdag við byrjan av skrivstovutíð, t.d. kl. 9, verða mettar at verða rættstundis, um tað í mun til felagsins fyrireiking av komandi aðalfundinum er uttan praktiskan týdning, um fráboðanin ella áheitanin um atgongumerki er móttkin t.d. mánadag kl ella týsdag kl. 9. Allir kapitaleigarir skulu tó viðgerast eins. Avgerandi er sostatt, at fráboðanin er komin fram. Tað er ikki eitt krav, at fráboðanin ella áheitanin skal verða komin til kunnleika í felagnum. Í stk. 4, 2. pkt., verður skotið upp, at seta inn eina áseting um møguleikan at fulltrúi møtir møta vegna kaptaleigaran. Talan er um at gera ásetingina greiðari, at um kaptaleigarin hóast rættstundis fráboðan/áheitan ikki fær møtt, forðar tað ikki fyri, at kaptaleigarin aftaná fráboðanina/áheitanina avgerðå at lata fdulltrúa møta fyri seg. Í stk. 5 fáa partafeløg, sum ikki hava partabrøv tkin upp til handils á einum reguleraðum marknaði og smápartafeløg møguleika at velja, at ásetingarnar í stk. 1-4 heilt ella patvíst skul verða nýttar. Higartil hevur verið galdandi, at um so var, at eitt tílíkt felag vildi nýta ásetingarnar um skrásetingardagseting og fráboðan, skuldi felagið fylgja báum regluverkunum, t.v.s. at felagið skuldi fylgja bæði reglunum í gldandi 84 um skrásetingardagseting og reglunum um freist fyri fráboðan um luttøku á aðalfundi. Skotið verður upp, at hesi feløg fáa størri fleksibilitet soleiðis, at tey kunnu velja nýta bæði ásetingarnar um skrásetingardagseting og fráboðanarfreist, ella tey kunnu velja at at nýta annan møguleikan óbundið av hvørjum øðrum. Fyri partafeløg, sum hava partabrøv tikin upp til handils á einum reguleraðum marknaði, sbr. uppskotið til stk. 1-4, hevur uppskotið ikki við sær materiellar broytingar, men einans redaktionellar broytingar fyri at gera áetingarnar greiðari. 83/159

84 Fyri partafeløg, sum ikki hava partabrøv tikin upp til handils á einum reguleraðum marknaði og fyri smápartafeløg, sbr. uppskotið til stk. 5, er talan um broytingar av galdandi rætti við tað, at hesifeløg, sum nevnt, fáa størri fleksibilitet. Til nr. 48 ( 85) Galdandi 85 í vinnufelagalógini snýr seg um, at fyri egnu kapitalpartar kapitalfelagsins og fyri kapitalpartar dótturfelagsins í móðurfelagnum kann atkvøðurættur ikki útinnast. Í 2. pkt. í 85 er ásett, at slíkir kapitalpartar verða ikki roknaðir við, tá kravt verður - fyri at ein avgerð skal hava gildi, ella fyri at ein fulltrú skal útinnast - samtykki frá øllum kapitaleigarum ella ein ávísur atkvøðumeiriluti, annaðhvørt av teimum kapitalpørtum, sum eru umboðaðir á aðalfundinum ella av samlaða kapitali kapitalfelagsins. Skotið verður upp, at tað verður verður nágreinað, at egnu kapitalpartar og kapitalpartar dótturfelagsins í móðurfelagnum ikki verða roknaðir við í uppgerðina av eigara- og atkvøðukrøvum. Í 2012 segði Hægstrættur dóm í Bank Trelleborg málinum (U H). Ein av høvuðsspurninginum í málinum var, hvørt ein tvingsilsútloysing var lóglig. Við dóminum staðfesti ein meiriluti í Hægstarætti, at tvingsilsútloysingin av partabøvunum hjá minnilutapartaeigarunum í Bank Trælleborg ikki var lóglig. Hetta varð grundgivið við, at tað er ein treyt fyri at at tað kann takast avgerð um tvingsilsútloysing av partabrøvunum hjá minnilutapartaeigarunum, at tann partaeigarin, sum biður um tvingsilsútloysing eigur 70% ella meira av øllum partabrøvunum í peningastovninum soleiðis, at peningastovnsins egnu partabrøv eisni verða tald við. Hesa treytina helt meirilutin í hægstarætti ikki var lokin. Ein minnilutið í hægstarætti hevði eina aðra støðu, og segði: Efter 144 i lov om finansiel virksomhed (tidligere 7 d i lov om banker og sparekasser m.v.) er det en betingelse for tvangsindløsning af minoritetsaktionærerne i et nødlidende pengeinstitut, at indløsningen sker efter anmodning fra en aktionær, der ejer 70 % eller mere af aktierne i pengeinstituttet. Det fremgår af forarbejderne, jf. Folketingstidende , tillæg A, side 279, at bestemmelsen har til formål at forbedre mulighederne for overtagelse eller rekonstruktion af et kriseramt pengeinstitut, og at de hensyn, som de >> 1310 >> selskabsretlige regler normalt varetager, ikke har samme styrke i denne situation. Reglerne om tvangsindløsning i aktieselskabsloven gælder også for pengeinstitutter, i det omfang de ikke er fraveget ved lov om finansiel virksomhed, jf. Folketingstidende , tillæg A, side 280. For så vidt angår kravet til majoritetsandelen fraviger bestemmelsen i 144 i lov om finansiel virksomhed den almindelige tvangsindløsningsbestemmelse i den dagældende 20 b i aktieselskabsloven, hvis majoritetskrav er mere end ni tiendedele af aktierne i et selskab. Derimod er måden, hvorpå ejerandelen opgøres, ikke fraveget. Opgørelsen af ejerandelen i relation til 144 skal derfor ske efter samme principper som efter aktieselskabslovens 20 b og efter 20 d (om mindretallets ret til at kræve sig indløst), også for så vidt angår spørgsmålet om, hvorvidt pengeinstituttets beholdning af egne aktier skal medregnes ved beregningen af aktionærens ejerandel. 84/159

85 Vi finder, i overensstemmelse med hvad der må anses for at have været et almindeligt gældende princip inden for selskabslovgivningen siden aktieselskabsloven fra 1930, at der må ses bort fra et selskabs egne aktier ved opgørelsen af såvel stemmeandel som ejerandel, jf. herved 40 i aktieselskabsloven af Bestemmelsen er videreført ved 67, stk. 3, i aktieselskabsloven af 1973, og der er efter vores opfattelse ikke holdepunkter for at antage, at der ved udformningen af 67, stk. 3, har været tilsigtet nogen ændring af denne retsstilling for så vidt angår egne aktier. På denne baggrund finder vi, at banktrelleborgs beholdning af egne aktier ikke skal medregnes ved opgørelsen af fondens ejerandel. 70 %-kravet i 144 i lov om finansiel virksomhed var derfor opfyldt, og beslutningen om tvangsindløsning var i det hele lovlig. Tað er tí tørvur á, at tað verður nágreinað í 85 í vinnufelagalógini, at egnu kapitalpartar og kaptalpartar hjá dóttirfelgøum í móðurfeløgum ikki verða taldir við í uppgerðina av eigaraog atkvøðukrøvum, sbr. nýggja 85, 2. pkt., í uppskotinum. Sum dømi um føri, har tílík eigara- og atkvøðukrøv kunnu verða viðkomandi, kann nevnast reglurnar í vinnnufelagalógini um tvingsilsútloysing, tilnevning av minnilutagrannskoðara umframt lodrættar samanleggingar og kloyvingar. Í 3. Pkt. verður skotið upp, at uppskotið til nýtt 2. Pkt. ikki skal verða nýtt í sambandi við uppgerð av kapital- og atkvøðupørtum eftir 55 (fráboðan um týðandi kapitalpartar). Viðmerkjast skal, at 85 ber fram eina grundleggjandi meginreglu í vinnufelagarættinum, sum hevur við sær, at eitt egnu kapitalpartar hjá einum kapitalfelag og kapitalpartar hjá einum dótturfelag í móðurfelagnum ikki verða taldir við til at lúka krøv um atkvøðu- og eigarapartar, tí hesir kapitalpartar skulu metast sum neutralir, og broytingin, sum skotin er upp, fer tí at hava avleiðingar við sær í mun til ta lóggávu, sum byggir á tað grundleggjandi vinnufelagarættarligu løgskipanina, heruppií ikki minst lov om finansiel virksomhed. Við uppskotinum til broyting av 85 verður rættarstøðan greið. Til nr. 49 ( 88, stk. 1, nr. 3) Tað er ikki longur krav um, at ársfrásøgnin verður grannskoðað í síni heild. Sum avleiðing av hesum verður skotið upp, at ársfrásagnir í 88, stk. 1, nr. 3, verður broytt til ársroknskapir o.a. Víst verður eisini til viðmerkingarnar til 1, nr. 14 (broyting av 27, stk. 1, nr. 4, 144, stk. 4, 2. pkt., 156, stk. 2, nr. 3, 225, stk. 1, nr. 4, og 302, stk. 1, nr. 3) í uppskotinum. Til nr. 50 ( 92, stk. 1, pkt. 2) Skotið verður upp, at í 92, stk. 1, pkt. 2 verður tilvísingin til 12, stk. 1, pkt. 3 broytt til 8 c. Hetta er ein avleiðing av, at eftir uppskotinum verða nýggjar 8 a- 8 c settar inn í lógina, sum partvíst avloysa 12 í galdandi vinnufelagalóg, sbr. 1, nr. 5, í uppskotinum. Til nr. 51 Eftir 96, stk. 2 í vinnufelagalógini skal í innkalling til aðalfundin, har takast skulu avgerðir eftir 77, stk. 2, 92, stk. 1 ella 5, ella 107, stk. 1 ella 2, øll orðingin av uppskotinum til viðtøkubroytingar takast við í innkallingini. 85/159

86 Eftir uppskotinum verður tilvísingin í 96 stk. 2, í vinnufelagalógini til 92, stk. 1 ella 5 broytt til 92, stk. 1. Talan er rætting av tilvísing, sum ikki hevur materiellar broytingar við sær Til nr. 52 ( 98) Í 98 verður grannskoðað ársfrásøgn broytt til: ársfrásøgnin. Talan er um eina lógartøkniliga broyting, sum verður gjørd fyri at nágreina innihaldið í ásetingini, av tí at tað í vinnufelagalógini í útgangsstøði verður sipað til ársfrágreiðing heldur enn grannskoðaða ársfrágreiðing. Henda er ásett í ársroknskaparlógarinnar 135, sum ásetir, at feløg, sum gera ársfrágreiðingar eftir roknskaparflokki B, kunnu lata vera við at lata ársroknskapin grannskoða, um tey lúka ávísar nærri ásettar treytir. Til nr. 53 ( 104, stk. 2) Sum 104, stk. 2, í vinnufelagalógini orðað, kann ásetingin kann fatast soleiðis, at allir kapitaleigarar til hvørja tíð hava krav uppá at kunna atvøða við brævi. Hetta er tó ikki rætt, tí í ikki- børskrásettum feløgum, skulu kapitaleigararnir hava møguleika í viðtøkunum at víkja frá hesum møguleikanum. Við broyttu ásetingini verður sostatt nágreinað, at feløg, sum ikki eru skrásett á einum virðisbrævamarknaði, í viðtøkunum kunnu víkja frá møguleikanum fyri, at partaeigararnir kunnu atkvøða við brævi. Henda avgerð skal takast á einum aðalfundi, sum hevur neyðuga meirilutan fyri viðtøkubroyting, tí avgerðin um at partaeigararnir ikki kunnu atkvøða við brævi, skal verða ásett í viðtøkunum hjá hvørjum einstøkum felag. Til nr. 54, 55 og 56 ( 115, nr. 5, 116, nr. 5, og 118, stk. 2) Evsta leiðslan í einum kapitalfelagi hevur til eina og hvørja tíð ábyrgdina av, at meta um felagsins økonomisku støðu, heruppií at tryggja kapitaltilbúgving felagsins til eina og hvørja tíð er fullgóð, heruppií at nóg mikið av gjaldføri er til at nøkta verandi og komandi skyldur felagsins, so hvørt sum tær fella til gjaldingar. Ábyrgdin fyri hesum liggur sostatt á nendini, sbr. 115, nr. 5, eftirlitsráðnum, sbr. 116, nr. 5, ella stjórini, sbr. 118, stk. 2, 2. pkt., sum veldst um, hvørja leiðsluskipan felagið hevur valt, sbr Skotið verður upp, at hetta verður nágreinað í 115, nr. 5, 116, nr. 5, og 118, stk. 2. Uppskotið hevur ikki materiellar broytingar við sær. Til nr. 57 ( 119, 2. pkt) Eftir 119 í vinnufelagalógini skal leiðslan í einum kapitalfelagi tryggja, at aðalfundur verður hildin í seinasta lagi 6 mánaðir eftir, at staðfest er, at eginogn felagsins er minni enn helvtin av teknaða kapitalinum, ella er minni enn kr. Á aðalfundinum skal høvuðsleiðslan greiða frá fíggjarligu støðu kapitalfelagsins og um neyðugt seta fram uppskot um tiltøk, sum mugu fremjast, heruppií at avtaka kapitalfelagið. Skotið verður upp, at 119, 2. pkt., verður strikað, sum snýr seg um botnmarkið uppá kr. 86/159

87 Hetta er ein konsekvensrætting sum avleiðing av 1, nr. 4, í uppskotinum viðvíkjandi lækkin kapitalkravinum í smápartafeløgum frá kr. til kr., og 1, nr. 174 ( 309 a), viðvíkjandi íverksetarafeløgum við felagskapitali uppá 1 kr. Tað er sostatt galdandi eitt generelt krav fyri øll kapitalfeløg, at leiðslan skal tryggja, at aðalfundur verður hildin í seinasta lagi 6 mánaðir eftir, at staðfest er, at eginogn felagsins er minni enn helvtin av teknaða kapitalinum. Til nr. 58 ( 134, 2. pkt) Í 134, 2. pkt., verður móðurfelagið broytt til: móðurfyritøkan. Efti 134 hevur høvuðsleiðslan í einum føroyskum dótturfelag skyldu at boða høvuðsleiðsluni í einum móðurdótturfelag frá, so skjótt sum samtaksviðurskifti er skipað ella íkomið. Høvuðsleiðslan í einum føroyskum dótturfelag skal lata móðurfelagnum tær upplýsingar, sum neyðugar eru fyri metingini av støðuni hjá samtakinum og úrslitinum hjá samtakinum. Í 134, pkt. 2 verður móðurfelagið broytt til: móðurfyritøkan. Hetta fyri at gera tað greiðari, at sambandi millum dótturfelagið, sum er eitt kaptalfelag fevnt av vinnufelagalógini, og móðurfelagið eisini fevnir um aðrar løgfrøðiligar persónar enn kapitalfeløg. Til 59 ( 139, stk. 1) Hetta snýr seg um rættingar av 139, stk. 1. Í staðin fyri kapitalfelag verður sett partafelag, og umframt einum reguleraðum marknaði verður sett einum multilateralum handilsfasiliteti.. Til nr. 60 ( 139 a) Við nýggju ásetingini í 139 a, stk. 1 verður skotið upp, at tað í ávísum kapitalfeløgum skulu setast máltøl fyri partinum av undirumboðaða kyninum í evstu leiðsluni, og at politikkur skal gerast fyri at økja talið av undirumboðaða kyninum á øðrum leiðslustigum í kapitalfelagnum. Eitt máltal er í tveimum pørtum: At áseta, hvussu stórt í tali undirumboðaða kynið skal vera, og at áseta eina tíðarfreist fyri, nær hetta tal skal vera rokkið. Sostatt skal ásetta talið vera størri enn talið av undirumboðaða kyninum, tá ið máltalið verður sett. Máltalið skal vera framsøkið og realistiskt fyri einstaka felagið. Tíðarfreistin eigur sum meginregla at vera í mesta lagi fýra ár, sum er tann tíð, tað í mesta lagi tekur at skifta evstu leiðsluna. Tað er sostatt upp til hvørt einstakt felag at meta um, hvussu høgt máltalið fyri undirumboðaða kynið skal vera. Fyri at fáa eina veruliga broyting í kynssamansetingini í evstu leiðsluni í stóru feløgunum í Føroyum er tað sum sagt ein treyt, at evsta leiðslan er framtøkin. Evsta leiðslan kann eitt nú umhugsa talið á nevndarlimum, tí tað kann fáa stóran týdning fyri setta máltalið, um ein ella fleiri nevndarlimir fara úr nevndini, áðrenn skeiðið er lokið. Harumframt kann tað, í smærri nevndum, vera viðkomandi at greiða, hvussu farast skal fram, um talan er um ólíka máltal, har neyðugt er at runda upp ella niður. Vísandi til, at skipanin, sum skotin verður upp, gevur evstu leiðsluni frælsi at áseta ítøkiliga máltalið fyri 87/159

88 undirumboðaða kynið, eiga øll viðkomandi viðurskifti at verða greidd, tá ið evsta leiðslan ásetur sítt máltal. Máltalið skal fevna um teir limirnir í evstu leiðsluni, sum eru valdir á aðalfundinum, sbr. 5, nr. 5 í vinnufelagalógini. Hetta merkir, at møguligir starvsfólkavaldir limir skulu ikki vera partur av setta máltalinum. Feløg, sum hava 50 starvsfólk ella fleiri, skulu gera ein politikk fyri at økja um partin av undirumboðaða kyninum á øðrum leiðslustigum. Onnur leiðslustig merkja í hesum føri tey leiðslustørv, sum ikki eru knýtt at evstu leiðslu felagsins, sbr. 5, nr. 5 í vinnufelagalógini. Hetta merkir t.d. allir stjórar, sum ikki eru skrásettir sum stjórar hjá Skráseting Føroya, t.d. ein fíggjarstjóri. Talan kann harumframt vera um liðleiðarar, deildarleiðarar o.tíl. Talan kann bæði vera um størv við starvsfólkaábyrd og størv við fakligari ábyrgd. Leiðsluskipanin í einstøku fyritøkuni er avgerandi fyri, nær talan er um eitt leiðandi starv. Ein politikkur fyri at økja um talið av undirumboðaða kyninum á øðrum leiðslustigum kann fevna um eina lýsing av tiltøkum felagsins á økinum, t.d. við at taka upp samstarv við aðrar fyritøkur, at skapa karmar fyri starvsmøguleikarnar hjá tí einstaka gjøgnum netverk, seta í verk mentorskipanir, áseta innanhýsis máltøl fyri partin av undirumboðaða kyninum, ella á annan hátt gera fyritøkuna áhugaverda fyri leiðarar av báðum kynum, t.d. við at tryggja ein starvsfólkapolitikk, sum fremur javnar starvsmøguleikar hjá bæði kvinnum og monnum, ella við at hava eina setanartilgongd, sum medvirkar til gera sjónligar kvinnur, ið hava evni at leiða, so bæði kvinnur og menn, innanhýsis sum uttanhýsis, kunnu søkja, tá ið leitað verður eftir starvsfólkum. Nágreinast skal, at tað stendur einstaka felagnum frítt fyri at velja tann politikk, sum verður mettur at vera best egnaður fyri viðkomandi fyritøku, tá ið talið av undirumboðaða kyninum skal hækka. Tað er ein treyt, at felagið veruliga virkar fyri at økja talið av undirumboðaða kyninum í leiðsluni sum heild. Feløgini kunnu sostatt velja tær mannagongdir, sum tey meta eru egnaðar at fremja javnari kynssamanseting í almennu leiðslu felagsins. Sum nevnt verður skotið upp, at máltal verður sett og politikkur gjørdur í mun til undirumboðaða kynið. Annað kynið er í roynd og veru ikki longur undirumboðað, tá ið tað er umboðað við 40 prosentum. Ein samsvarandi fatan av undirumboðað verður at nýta í mun til hesa lóg. Tað hevur í tí sambandi ikki týdning, hvat kyn er umboðað ávikavist 40 ella 60 prosentum. Felagið hevur sostatt ikki skyldu til at seta upp máltøl ella gera politikk fyri at økja talið av undirumboðaða kyninum, tá ið felagið hevur rokkið einum kynsbýti, har hvørki av kynunum er umboðað við færri enn 40 prosentum. Um felagið hevur rokkið einum kynsbýti, sum er 40/60 prosent, skal henda upplýsing tó standa í leiðslufrágreiðingini, sbr. 3 í uppskotinum um at seta 99 a, inn í ársroknskaparlógina. Tað fer tó at bera til at lata frágreiðingina í einum ískoyti til leiðslufrágreiðingina, eins og frágreiðingin kann leggjast á heimasíðu felagsins við tilvísing til hetta í leiðslufrágreiðingini, sí viðmerkingarnar til 3 4 í lógaruppskotinum. Viðmerkjast skal, at feløgini sjálvandi eru fevnd av ávikavist kravinum um at seta upp máltal og kravinum um at gera ein politikk, um kynsbýtið broytist, so annað av kynunum gerst undirumboðað. Um so er, skal felagið sostatt skjótast gjørligt syrgja fyri at seta upp máltal og gera ein politikk. 88/159

89 Viðmerkjast skal, at tað fylgir av 99 b, stk. 2 í ársroknskaparlógini, at stórar fyritøkur, ið hava skyldu til at gera politikk fyri at økja takið av undirumboðaða kyninum, skal greiða frá politikkinum í sambandi við ársfrásøgnina. Vantandi frágreiðing kann verða sektað við bót eftir 164 í ársroknskaparlógini. Fyri at lúka revsiálagda kravið um at greiða frá politikkinum, er tað sjálvandi ein fyritreyt, at ein politikkur er gjørdur. At politikkurin ikki er gjørdur kann tí óbeinleiðis verða revsað við bót eftir ársroknskaparlógini. Uppskotnu krøvini galda fyri almenn partafeløg, feløg, sum hava kapitalpartar, skuldarinstrument ella onnur virðisbrøv (vanliga obligatiónir og onnur fíggjarlig instrument), ið eru upptiknir til handils á einum reguleraðum marknaði í einum EU/EØSlandi, og stór kapitalfeløg, sbr. allýsingini í stk. 2. Stór kapitalfeløg, sbr. stk. 2 í uppskotinum, eru feløg, sum fara upp um tvey av hesum metingarstøðum tvey roknskaparár á rað: 1) Ein javna upp á 143 mió. kr., 2) ein nettoumsetning upp á 286 mió. kr. og 3) í miðal 250 fulltíðarstarvsfólk. Viðmerkjast skal, at broytingin sum nakað nýtt ásetur støddarmark í vinnufelagalógini, sum higartil einans hevur skilt ímillum t.d. smápartafeløg, partafeløg og almenn partafeløg. Endamálið við ásetingini er, at krøvini skulu galda fyri stór feløg í roknskaparflokki C og D, sbr. 7, stk. 1, nr. 4, og stk. 2, nr. 3 í ársroknskaparlógini. Støddarútrokningin skal tí fylgja krøvunum í ársroknskaparlógini, sum í 7, stk. 3, allýsir hugtøkini javni og nettoumsetning, umframt at ásetast skal, hvussu miðaltalið av fulltíðarstarvsfólkum verður roknað. Fyri moðurfeløg, sum gera samtaksroknskap, er tað nóg mikið at seta upp máltal og gera ein politikk, sbr. stk. 1, fyri samtakið sum heild, sbr. tað, sum verður skotið upp í stk. 3. Móðirfelagið kann sostatt avgera, at yvirskipað máltal og politikkur verður gjørt fyri alt samtakið, men máltal og politikkur kann eisini gerast fyri hvørja fyritøku sær, sum er partur av samtakinum. Tað stendur sostatt móðurfelagnum frítt fyri at velja ta skipan, sum verður mett at vera best egnað fyri viðkomandi samtak. Ásetingin er grundað á, at serlig viðurskifti gera seg galdandi fyri eitt samtak, t.d. tørvur á somu reglum fyri fyritøkurnar í samtakinum og á tann hátt størri gjøgnumskygni í samtakinum. Tað eigur tí at vera gjørligt hjá móðurfelagnum at gera generellar reglur fyri samtakið, so tað ikki verða álagdar samtakinum ósamsvarandi byrðar við at krevja, at reglur verða gjørdar fyri hvørt einstakt felag í samtakinum, sum kann verða fevnt av ásetinunum. Hetta fer sjálvsagt at hava við sær, at fyritøkur, sum ikki í sjálvum sær høvdu verið fevndar av reglunum í hesum uppskoti, kunnu verða fevndar av reglunum um máltal og politikk fyri nevndarsamansetingina, men tað verður, um so er, avgerðin hjá móðurfelagnum. Endamálið við lógaruppskotinum er at fáa eina veruliga framgongd í talinum av kvinnum í leiðsluni í teimum [1.100] størstu fyritøkunum. Í hesum sambandi hevur tað minni týdning, um henda framgongd er grundað á eitt máltal, sum eitt dóttirfelag sjálvt hevur sett, ella á eitt máltal, sum móðirfelagið setur. At ein fyritøka er undir eftirliti av Fíggjareftirlitinum hevur ikki týdning fyri, um ein fyritøka er fevnd av lógaruppskotinum. Í mun til útlendsk dótturfeløg skal viðmerkjast, at tað einans eru føroysk feløg, sum eru fevnd av hesum lógaruppskoti. Slík útlendsk feløg eru ikki beinleiðis fevnd av reglunum um máltal og politikk. Tey kunnu tó óbeinleiðis verða fevnd av reglunum, um móðirfelagið ásetur reglur um hetta fyri samtakið sum heild. 89/159

90 Samsvarandi undantak verður skotið upp í stk. 4 fyri dótturfelag, sum er partur av einum samtaki. Um so er, kann dóttirfelagið lata vera við at seta máltal og gera politik, sbr. stk. 1, nr. 1 og 2, um móðirfelagið setir máltal og ger politikk fyri samlaða samtakið. Í sambandi við samtaksfeløg verður mett hóskandi at taka omanfyrinevndu undantøk í stk. 3 og 4 við. Eitt móðirfelag hevur skyldu til at taka við upplýsingar um øll dótturfeløg, og á henda hátt fæst gjøgnumskygni í samtakinum. Harumframt verður støðan aloftast, at somu reglur galda fyri øll feløg í samtakinum, og tað kann tí gerast ein óneyðug byrða at halda fast við, at máltal skal setast og politikkur gerast fyri øll feløg í samtakinum. Ein líknandi skipan viðvíkjandi feløgum, sum eru partur av einum samtaki, er brúkt í sambandi við, at 99 a í ársroknskaparlógini, sum er um at senda inn frágreiðing um samfelagsábyrgd, varð sett í gildi. Um eitt føroyskt felag er partur av einum samtaki, har móðirfelagið er eitt útlendskt felag, kann føroyska felagið ikki brúka undantakið í stk. 4, tí móðirfelagið er ikki fevnt av føroyskum reglunum, og tí at lógaruppskotið einans løgskipar føroysk feløg. Føroyska dóttirfelagið skal tí seta upp máltal og gera politikk, um tað er fevnt av ásetingini í stk. 1 og kann tí ikki vísa til undantakið í stk. 4. Í stk. 6 verður ásett eitt bagatellmark fyri, nær kapitalfeløg skulu gera ein politikk fyri at økja talið av undirumboðaða kyninum á øðrum leiðslustigum, sbr. stk. 1, nr. 2. Skotið verður tískil upp, at reglurnar um at gera ein politikk einans skulu galda fyri tey kapitalfeløg, sum hava 50 starvsfólk ella fleiri. Orsøkin til, at eitt bagatellmark verður sett, er, at tað er mest viðkomandi at gera ein politikk í feløgum, sum hava ávíst tal av starvsfólkum. Til nr. 61 ( 142) Sum verandi 142 er orðað er ikki tikið atlit til, at tað við lógini er møguligt, at velja ymsar leiðsluskipanir, sum hevur við sær, at starvsfólkavald umboð kunnu vera limir í nevndini, um nevndin er evsta leiðslan, ella í eftirlitsráðnum, har eftirlitsráðið er evsta leiðslan. Skotið verður tí upp, at nevndarlimum verður broytt til limum til evsta leiðslustovnin. Hendan orðingin fevnir bæði um limir í nevndini, har nevndini er evsta leiðslan, og um limir í eftirlitsráðnum, har eftirlitsráðið er evsta leiðslan. Uppskotið hevur ikki mateiellar broytingar við sær. Til nr. 62 ( 143, nr. 4) Í kapittul 8 í vinnufelagalógini eru reglur um starvsfólkaumboðan í evstu leiðsluni hjá einum kaptalfelag. Í er ásett, nær starvsfólk hava rætt at krevja starvsfólkaumboðan. Ítøkiligu reglurnar um val av starvsfólaumboðum verða ásettar í kunngerð. Eftir lógini er møguligt at víkja frá fleri av teimum ítøkiligu reglunum í semju millum leiðslu og starvsfólk. Fæst ikki semja verða ásettu reglurna aftur nýttar. Skotið verður upp, at heimildin at áseta reglur um at gera sjálvbodnar skipanir um starvsfólaumboð verða gjørdar greiðari í 143, nr. 4. Skotið verður tí upp, at skoytt verður uppí at tað kunnu ásetast reglur um um sjálvbodnar skipanir um starvsfólkaumboðan og rættin hjá høvuðsleiðslustovninum at broyta kapitalfelagsins viðtøkur sum avleiðing av hesum. 90/159

91 Til nr. 63 (147, stk. 2) Eftir 147, stk. 2, í vinnufelagalógini skal grannskoðarin í sambandi við grannskoðan ansa eftir, at leiðsla felagsins lýkur skyldur sínar at gera starvsskipan og til at gera og føra bøkur, yvirlit og gerðabøkur/fundarbøkur, og at reglurnar um fyrilegging og undirskriving av grannskoðanarprotokollini eru hildnar. Staðfestir grannskoðarin, at leiðslan ikki lýkur hesar skyldur, skal grannskoðarin gera eina serliga fráboðan um hetta, sum verður løgd saman við ársfrásøgnini til aðalfundin. Skyldur leiðslunnar at føra bøkur o.a. eru týðandi skyldur. Tað er tí umráðandi, at aðalfundurin fær tað at vita frá felagsins grannskoðara, um grannskoðarin staðfestir, at leiðslan ikki lýkur hesar skyldur. Um felagsins ársfrásøgn skal viðgerast á aðalfundinum, og viðurskiftini eru nevnd í grannskoðaraátekningini á ársfrásøgnina verður mett, at tað tað ikki er neyðugt, at grannskoðari ger serliga váttan til aðalfundin um hetta. Skotið verður tí upp, at grannskoðarin ikki hevur skyldu at gera eina serliga váttan til aðafundin um, at leiðslan ikki heldur skyldur sínar, at føra bøkur o.a, um felagsins ársfrásøgn skal góðkennast á aðalfundinum, og viðurskiftini eru nevnd í grannskoðaraátekningini á ársfrásøgnina. Til nr. 64 ( 148) Ásetingin í 148 verður nágreinað, av tí at verandi orðing kann skapa iva um innihaldið í ásetingini. Í stk. 1 verður fráboðanarkravið tískil nágreinað, tí kravið kann eisini lúkast við, at skrásetast kann beinleiðis í KT-skipan Skráseting Føroya. Harumframt verður broytt tilvísingin til lógarinnar 9, sum viðvíkur kravinum um at skráseta ella fráboða til skrásetingar. Síðani verður 2. pkt. broytt soleiðis, at hetta fer at vísa til lógarinnar 10, stk. 2, sum viðvíkur útskifting av grannskoðara í úrtíð. Til nr. 65 ( 155) Skotið verður upp, at í 155, stk. 3, nr. 4 verður tilvísingin til 158, nr. 5, 6, 9, 10 og 11 broytt til 158, nr. 2, 6, 7 og Í 155, stk. 3 í vinnufelagalógini er ásett, hvørjar upplýsingar skulu latast í viðtøkunum, tá aðalfundurin heimilar høvuðsleiðsluni at hækka felagskapitalin. Í 1, nr. 68 í uppskotinum verður skotið upp, at seta nýtt nr. 2 í 158, hareftir tað eisini skal upplýsast, hvørt upphæddin, sum felagskapitalurin verður hækkaður við, kann inngjaldast partvíst. Tí verður skotið upp, at seta inn í 155, stk. 3, nr. 4 eina tilvísing til nýggja 158, nr. 2. Sum avleiðing av raðtølini í 158 við nýggja 158, nr. 2 verða skotin, verður tilvísingin í 155 til 158, nr. 5, 6 og 9-11, broytt til nr. 6, 7 og Til nr. 66 ( 156) 156, stk. 1 og 2, í vinnufelagalógini hevur reglur um almannakunngerðing og framløgu av skjølum í sambandi við kapitalhækkan í partafeløgum. Eftir 156, stk 3, kunnu 91/159

92 partaeigararnir í semju víkja frá stk. 1 og 2, soleiðis, at nevndu skjøl ikki skul almannakunngerast og framleggjast. Tað er sostatt upp til partaiegararnar at meta um, um teir hava tørv á nevndu upplýsingum, áðreen teir taka avgerð um kapitalhækkan. Verandi orðing av 156, stk. 3, kann skapa iva í teimum førum, har tað er høvuðsleiðslan, sum skal taka avgerð um kapitalhækkanina eftir heimild frá aðalfundinum, sbr. 155 í lógini. Er tað høvuðsleiðslan, sum skal taka avgerðina um kapitalhækkan eftir eini heimild frammanundan frá aðalfundinum, sbr. 155, verða ásetingarnar í stk. 2 eisini nýttar, tá høvuðsleiðslan brúkar heimildina og tekur avgerð um kapitalhækkanina.. Skjalakrøv, nevnd í stk. 2, skulu sostatt fylgjast í tílíkum førum í sambandi við at høvuðsleiðslan brúkar heimildina, meðan tað ikki er krav um hetta, tá aðalfundurin gevur heimildina til høvuðsleiðsluna. Av tí at ivi kann vera um innihaldi í 156, stk. 3, verður skotið upp, at ásetingin verður orðað av nýggjum. Skotið verður upp, at tað í stk. 3, 1. pkt., verður gjørt greiðari, at um avgerðin um kapitalhækkanina skal takast av aðalfundinum, kunnu partaeigararnir í semju velja stk. 1 og 2 frá. Í stk. 3, 2. pkt., verður skotið upp, at tað verður nágreinað, at um avgerðin um kapitahækkanina verður tikin av høvuðsleiðsluni eftir heimild frammnundan frá aðalfundinum, sbr. 155, verður stk. 2 nýtt samsvarandi í sambandi við at høvuðsleislan brúkar heimildina. Skjølini, nevnd ístk. 2, skulu sostatt, gerast til nýtslu á tí nevndarfundinum, har tað verður tkin avgerð um kapitalhækkanina. Í uppskotinum til stk. 3 verður tað nágreinað, at høvuðsleiðslan kann taka avgerð um, at skjølini sbrt stk. 2 verða vald frá. Aðalfundurin kann tó, tá heimildin varð givin, hava ásett avmarkingingar viðvíkjandi møguleikunum hjá høævuðsleiðsluni at velja skjøl frá, og hesar avmarkingar skal høvuðsleiðslan rættað seg eftir. Við nýggju orðingini av 156, stk. 3, er talan um at gera ásetingina greiðari, g hevur ikki við sær materilellar broytingar. Til nr. 67 ( 158) Skotið verður upp, at kapitalin og kapitalurin í 158 verður broytt til felagskapitalin og felagskapitalurin samsvarandi málnýtsluna á økinum. Redaktionell broyting. Til nr. 68 Við vinnufelagalógini er ein nýggjur møguleiki partvísum inngjaldi av felgskapitlinum soleiðis, at felagskapitalurin við ávísum treytum kann verða inngoldin partvíst í sambandi 92/159

93 við stovnanir, sbr. lógarinnar 33, sum skotið verur upp at broyta eftir 1, nr. 17 í hesum uppskotinum, og í sambandi við kapitalhækkanir, sbr, 174, stk. 1, sum vísir til 33. Partvís inngjaldan av felagskapitalinum er bert ein møgleiki við innskoti við reiðum peningi. Verður skotið inn í felagið við ørim virðum enn reiðum peningi skal alt innskotið inngjaldst. Tað sæst ikki nóg greitt av kapittul 10 í vinnufelagalógini, at møguleikin at nýta partvísa inngjaldan eisini kann verða nýttur í sambandi við kapitahækkanir, har skotið verður inn í felagið við reiðum peningi. Skotið verður tí upp, at tað verður gjørt greiðari í 158 í nýggjum nr. 2, at aðalfundurin í sambandi við avgerð um kapitalhækkan, skal tilskila, um kapitalhækkanin skal verða fult inngoldin, ella kann verða inngoldin partvíst. Uppskotið skal lesast saman við 1, nr. 17, í uppskotinum, har tað verður skotið upp, at í sambandi við stovnan av smápartafeløgum skal tað verða møguligt, at bert 25 pst. av yvirkursinum verður inngoldin, meðan tað eftir galdandi reglum er krav um, at yvirkursur verður fult inngoldin.. Hendan broytingin fer eisini at fáa virkna fyri kapitalhækkanir. Eins og tá talan er um stovnan, verður framvegis krav um, at ein møguligur yvirkursur í einum pargafelag skal verða inngoldin 100 pst. Til nr. 69 Ásetinginí 159 í vinnufelagalógini snýr seg um, tá høvuðsleiðslan nýtir eina heimild frá aðalfundinum at hækka felagskapitalin sbrt. 155 í lógini, sum skotið verður upp at broyta í 1, nr. 65, í uppskotinum 159 tilskilar, hvørjar upplýsingar høvuðsleiðslan skal taka við í avgerðina, tá heimildin verður nýtt. Samsvarandi áseting í lógarinnar 158, sum skotið verður at broyta í 1, nr. 69, í uppskotinum, tilskilar, hvørjar upplysingar sum skulu takast við í eini avgerð, sum er tikin av aðalfundinum um at hækka felagskapitalin. Har er staðiliga ásett, at ásetingin viðvíkur Avgerðin um at hækka kapitalin við tekning av nýggjum kapitalpørtum. Skotið verður upp, at broyta orðingina av 159, stk. 1, samsvarandi frammanfyri nevndu orðing av 158, stk. 1, soleiðis, at tað staðiliga framgongur av 159, stk. 1, at ásetingin snýr seg um at hækka kapitalin við at tekna nýggjar kapitalpartar. Við hesum verður tryggjað at tað ikki verður ivi um tað nýtsluøki ásetingin hevur. Innihaldskrøvini í 159, stk. 1, skulu eftir uppskotinum ikki galda í sambandi við kapitalhækkan, sum verður framd við fondshækkan (flyting av felagsins fríu reservum til felagskapital). Hetta hevur samband við, at ein røð av teimum punktum, sum eru nevnd í 159, ikki eru viðkomandi í sambandi við fondshækkan orsakað av serligu eyðkennunum við fondshækkanum, sum eisini er grundin til, at avgerð aðalfundarinnar í 158 um kapitalhækkan ikki fevnir um fondshækkanir. Samsvarandi verður skotið upp, at broyta orðingina av 159, stk. 1, nr. 3 og 4, soleiðis, at orðingin svarar til orðingina í ásetingini um avgerð aðalfundarinnar, sbr. 158, nr. 3 og 4, 93/159

94 sum verða nr. 4 og 5, sbr. 1, nr. 68 í uppskotinum. Talan er um redaktionellar broytingar við tað at, tað ongantíð hevur verið ætlanin, at tað skuldi vera munur á upplýsingarkrøvunum í 158 og 159 viðvíkjandi hesum punktunum. Vinnufelagalógarinnar 158, sum skotið verður upp at broyta í 1, nr. 68, í uppskotinum, snýr seg um tær upplysingar, sum skulu gevast, tá aðalfundur kapitalfelagsins tekur avgerð um kapitalhækkan. Nakrar av teimum upplýsingum, sum skulu gevast eftir 158, eru av mísgáum ikki tiknar við í 159, stk. 1. Tað snýr seg um upplýsingar, sum skulu gevast eftir 158, nr. 7, sum verður nr. 8, og nr. 8, sum verður nr. 9. Aðalfundarinnar avgerð um kapitalhækkan skal m.a. nevna tekningarfreistina, heruppií freistina fyri nær kapitaleigararnir skulu nýta fortekningarrætt sín, sbr. 158, nr. 7, sum verður nr. 8, og freistina fyri at rinda kapitalpartarnar, sbr. 158, nr. 8, sum verður nr. 9, eftir 1, nr. 68 í uppskotinum. Hesi krøv um upplýsingar, eru, sum nevnt, ikki tikin við í lógarinnar 159, stk. 1. Lógarinnar 155, stk. 3, inniheldur heldur ikki krav um, at tað skulu setast ásetingar um hesi vðurskiftini í viðtøkurnar, tá aðalfundurin heimilar høvuðsleiðsluni at hækka felagskapitalin. Tað hevur ikki verið ætlanin, at tað skal vera munur viðvíkjandi hesum krøvum, um avgerðin um kaptalhækkan verður tikin av aðalfundinum ella av høvuðsleiðsluni eftir heimild frá aðalfundinum. Skotið verður tí upp, at at hesi krøv um upplýsingar verða sett í 159, stk. 1, sum nr. 5 og 6, soleiðis, at ivi ikki verður um, at høvuðsleiðslan eisini skal taka støðu til hesi viðurskiftini, tá heimildin frá aðalfundinum at hækka felagskapitalin verður nýtt. Vinnufelagalógarinnar 159, stk. 1, nr. 1, nr. 2, nr. Selskabslovens 159, stk. 1, nr. 1, nr. 2, nr. 5, sum verður nr. 7, og nr. 6, sum verður nr. 8, halda fram óbroyttar. Til nr. 70 ( 165, stk. 1) Eftir 165, stk. 1, kann kapitalfelagið geva út fondspartar við at flyta upphæddir til felagskapitalin, sum í seinastu góðkendu ársfrásøgn felagsins eru bókaðar sum flutt yvirskot ella tiltakspeningur. Tað merkir, at felagið skrivar út kapitalpartar til eigararnar ella hækkar áljóðandi virði á verandi kapitalpørtum við at flyta upphæddir frá einum parti av eginpeninginum (flutt yvirskot og tiltakspeningur) til ein annan (felagskapitalin), uttan at felagið fær nýggjan kapital. Uppskotið hevur við sær, at víst verður til 35 a og 35 b í ársroknskaparlógini. Við 206, stk. 2, í vinnufelagalógini er ein nýggjur møguleiki, m.a. at veita lán ella trygd í sambandi við at triðipersónur útvegar sær kapitalpartar í felagnum, og ein nýggjur møguleiki at inngjalda felagskapitalin partvíst. Verða hesir møguleikar nýttir, skal tað sbrt. ásetingunum í ársroknskaparlógini leggjast til síðis til serligar reservar í felagsins ársfrásøgn. Eftir ásetingunum er tað eitt krav, at samsvarandi upphæddir verða lagdar til síðis, sum veittar eru í láni, ella sum ikki eru inngoldnar til felagskapitalin. Hetta skal forða fyri, at reservar, sum ikki eru bundnir, kunnu verða nýttir tvær ferðir ofta fyrst til at veita lán og síðani til at rinda útbýti. 94/159

95 Hesir reservar kunnu ikki nýtast til útskriva fondspartar, tí tað í royndum ikki er í samsvari við endamálið við ásetingunum, nevniliga treytaleysa avmarking fyri møguleikanum hjá kapitaleigarunum at disponera yvir upphæddunum. Tað verður framvegis møguligt hjá kapitalfelagnum at skriva út fondspartar við at flyta upphæddir til felagskapitalin, sum í seinastu árfrásøgn vórðu bókaðaðar sum flutt yvirskot ella sum tiltakspeningur. Broytingin er, at upphæddir, sum eru lagdar til síðis sbrt. 35 a og 35 b, ikki kunnu nýtast til at útskriva fondspartar. Til nr. 71 og 74 ( 165, stk. 5, og 173, stk. 1) Ásetingarnar í vinnufelagalógarinnar 165, stk. 5, og 173, stk. 1, viðvíkja fráboðan til Skráseting Føroya. Í vinnufelafalógini verður nýtt orðingin skráseting ella fráboðan til skrásetingar, við tað, at broytt viðurskifti í kapitalfelagnum annaðhvørt kunnu verða skrásett av felagnum (tá kt- skipan Skráseting Føroya er ment til tað) ella verður fráboðað til manuella málsviðgerð í Skráseting Føroya, sum so fremur skrásetingina. Talan er um redaktionellar broytingar Til nr. 72 og 73 ( 169, stk. 1) Eftir 169, stk. 1, kann høvuðsleiðslan, eftir heimilan, sbr. 155, stk. 2, gera av at skriva út umbýtilig skuldarbrøv ella warrants. Stk. 2 ásetur treytirnar fyri avgerð høvuðsleiðslunnar. Stk. 2, nr. 2 og 4 viðvíkja bæði tekningarfreistina.. Skotið verður tí upp, at nr. 2 verður strikað, og nr. 4, sum verður nr. 3, verður nágreinað soleiðis, at tað sæst greitt, at talan er um freistini at tekna kapitalpartar. Broytingin er redaktionell, og hevur ikki materiellar broytingar við sær. Til nr. 75 ( 174, stk. 1) Í 174 í vinnufelagalógini er ásett, at skráseting av ella fráboðan um framjanina av eini kapitalhækkan kann ikki verða skrásett fyrr enn tann felagskapitalur, ið skal verða inngoldin eftir lógini, sbr. 33, ella eftir viðtøkunum, er inngoldin. Verður ásettur ein yvirkursur, skal hesin verða fult inngoldin. Sum avleiðing av broytingini í 1, nr. 17 (broyting av 33, stk 1), viðvíkjandi møguleikanum fyri at felagskapitalur í smápartafeløgum verður inngoldin partvíst, verður skotið upp, at 174, stk. 1, verður orða av nýggjum Til nr. 76 ( 179, stk. 2, 2. pkt) Eftir 179, stk. 2, 2. pkt., hevur høvuðsleiðslan ábyrgdina av at tað, eftir at útbýtan útbýtan er farin fram, er dekningur fyri tí tiltakspeningi, sum er bundin sambært lóg ella viðtøkum. Tað sæst ikki greitt av vinnufelagalógini ella av ársroknskaparlógini, at felagskapitalurin er bundin tiltakspeningur, sum skal vera tøkur eftir útbýtan. Hetta framgonur tó sum ein fortreyt 95/159

96 fyri øðrum ásetingum í lógini, heruppií t.d. 179, stk. 2, 1. pkt., hareftir høvuðsleiðsla felagsins hevur ábyrgdina av, at tað ikki verður útbýtt meira enn tað, sum ráðiligt er í mun til fíggjarligu støðu felagsins, og ikki er til bága fyri kravánarar felagins. Fyri at tað ikki skal vera ivi um, at felagskapitalurin er bundin tiltakspeningur, sum tí skal vera tøkur eftir útlutan frá felagnum, verður skotið upp, at 179, stk. 2, 2. pkt., verður broytt soleiðis, at tað framgongur staðiliga, at høvuðsleiðslan eisini hevur ábyrgdina av, at tað er dekningur fyri felagskapitalinum. Til nr. 77 ( 181) Í sambandi við rindan av vinningbýti í øðrum virðum enn reiðum peningi er tað eftir 181, 1. pkt., í vinnufelagalógini krav um, at tað verður gjørd ein metingarfrágreiðing við tað, at tað m.a. verður víst til 36 í lógini um gerð av metingarfrágreiðing. Metingarfrágreiðing skal tó ikki gerast í teimum førum, har undantakið í 38 í lógini kann verða nýtt, sbr. tilvísingina í í 181, stk. 1, 3. pkt., til 38, stk. 2. Í sambandi við vinningbýti í øðrum virðum en reiðum pening er tað eftir 181 í vinnufelagalógini, 1. pkt., krav um ger av metingarfrágreiðing við tað, at tað í ásetingini er víst til m.a. lógarinnar 36 um ger av metingarfrágreiðing. Metingarfrágreiðingin skal tó ikki gerast í teimum førum, har undantakið í 38 í lógini kann verða nýtt, sbr. tilvísingina í 181, 3. pkt. til 38, stk. 2. Tilvísingin til 36 hevur harumframt við sær, at tað eftir galdandi reglum er krav um, at metingarfrágreiðingin í sambandi við vinningsbýti í øðrum virðum enn reiðum peningi skal innihalda eina fíggjarstøðu, um tað er ein verandi fyritøka, ella ein kapitalposgur við avgerandi ávirkan, sum verður útlutaður. Skotið verður upp, at tað verður gjørt greiðari við at seta eitt nýtt stk. 2 í 181, at skal metingarfrágreiðingin í sambandi við rindan av vinningbýti í øðrum virðum enn í reiðum peningi innihalda eina fíggjarstøðu, skal fíggjarstøðan gerast sum yvirstøkujavni. Uppskotið hevur ikki materiellar brytingar við sær. Viðmerkjast skal í hesum sambandinum, at uppskotið um broyting í 1, nr. 18, í uppskotinum hevur ta avleiðing, at í sambandi við rindan av vinningsbýti fer tað einans at verða krav um ein javna, um tað er ein verandi fyritøka, sum verður útlutað. Tað verður sostatt ikki longur krav um ein javna í sambandi við útlutan av einum kapitalposti við avgerandi ávirkan. Víst verður annars til viðmerkingarnar til 1, nr. 18, í uppskotinum. Til nr. 78 ( 182, stk. 1, 1. pkt.) Vinnufelagalógarinnnar 182, stk. 1, 1. pkt., snýr seg um úbýti av serligum vinningsbýti. Av verandi orðing av ásetingini gongur fram, at aðalfundurin kann taka avgerð um at útluta serligt vinningsbýti, tá kapitalfelagið havur latið í minsta lagi eina regluliga ársfrásøgn. Skotið verður upp, at broyta orðingina soleiðis, at tað gongur greitt fram, nær kapitalfelag kann taka avgerð um at útluta serligt vinningsbýti. Eftir uppskotinun skal kapitalfelagið hava latið ta fyrstu ársfrásøgnina fyri felagið áðrenn avgerð kann takast um at útluta serligt vinningsbýti. 96/159

97 Broytingin er redaktionell, og hevur ikki materiellar broytingar við sær. Til nr. 79 ( 182, stk. 3) 182, stk. 3, í vinnufelagalógini ásetir, hvørjar ognir kunnu verða nýttar til serligt vinningsbýti. Tað kunnu bert verða nýttar ognir, sum eru fevndar av 180, stk. 2, um vanligt vinningsbýti, umframt yvirskot í verandi roknskaparári fram til tann dag, avgerðin um útlutan er tikin, um upphæddin ikki er lutað út, brúkt ella bundin. Tøkur tiltakspeningur, sum er íkomin ella vorðin tøkur í verandi roknskaparári, kann eisini verða nýttur sum serligt vinningsbýti. Verandi orðing av 182, st. 3, er óheppin, tí tað verður sett krav um, at viðkomandi ognir skulu vera vunnar inn í verandi roknskaparárið. Tað hevur t.d. við sær, at felag, sum nýtir almanakkaárið sum roknskaparár, sum seinast hevur latið ársfrásøgn fyri 2013, ikki kann útbýta serligt vinningsbýti í februar 2015 við at nýta ognir, sum felagið hevur vunnið í Hetta hevur ikki verið ætlanin, og skotið verður tí upp at broyta ásetingina. Eftir uppskotinum verður 182, stk. 3, broytt soleiðis, at tað ikki longur verður krav um, at viðkomandi ognir skulu vera vunnar í verandi roknskaparári. Broytingin, sum skotin verður upp, hevur sostatt við sær, at ognirnar, sum kunnu nýtast til serligt vinningsbýti, er yvirskot, sum er vunnið eftir dagin, tá javnin er uppgjørdur í felagsins seinastu ársfrásøgn Við broytingini, sum skotin er upp, er tað einans tíðarskeiðið fyri, nær ognirnar er íkomnar, sum verður broytt. Tað verður sostatt ikki broytt viðvíkjandi ognunum sum kunnu nýtast. Tað er framvegis tær ognir, sum ikki eru útbýttar, nýttar ella bundnar, t.v.s ognir, sum tað ikki longu er disponerað yvir, tá tað verður útlutað. Sum avleiðing av omanfyri nevndu broytingum, eru gjørdar nakrar redaktionellar broytingar í ásetingini annars. Til nr. 80 Vinnufelagalógarinnar 183, stk. 5, snýr seg um útlutan av serligum vinningsbýti við øðrum virðum enn reiðum peningi. Eftir 183, stk. 5, p. pkt., er tað ikki skylda at lata gera metingarfrágreiðing í sambandi við útlbýtan av ognum, sum nevndar í 38, stk. 1 (ognir, ið eru mátaðar hvør sær, og sum eru lagdar fram í einum árs- ella samtaksroknskapi fyri undanfarna roknskaparár, og roknskapurin er gjørdur í samsvari við ásetingarnar í ársroknskaparlógini ella teimum altjóða roknskaparstandardunum), um høvuðsleiðslan eftir reglunum eftir 38, stk. 2, ger og sendir inn til Skráseting Føroya eina leiðsluváttan. Orsakað av feili gongur tað ikki fram av ásetingini, at leiðsluváttanin frá leiðsluni skal almannakunngerast, um undantakið í 38 frá kravinum um metingarfrágreiðing verður nýtt Tí verður skotið upp, at tað sum pkt. 4 verður sett í 183, stk. 5 at høvuðsleiðslan skal almannakungera váttanina í kt- skipan Skráseting Føroya í seinasta lagi 2 vikur eftir avgerðina um at luta út, sbr. 9, stk. 3. Í pkt. 5 verður sett nýggj áseting, sum ger tað geiðari, at at javnin skal verða gjørdur sum ein yvirtøkujavni fyri ta avhendaðu fyritøkuna. 97/159

98 Broytingarnar í uppskotinum hava ikki materiellar broytingar við sær. Viðmerkjast skal í hesum sambandinum, at broytingin, sum skotin er upp í 1, nr. 18, í lógaruppskotinum hevur ta avleiðing, at tað í sambandi við rindan av serligum vinningsbýti einans verður krav um ein javna, um tað er ein verandi fyritøka, sum verður býtt út. Tað verður sostatt ikki krav um javna í sambandi við, at ein avgerandi postur av kapitalpørtum, verður býttur út. Víst verður annars tilviðmerkingarnar til 1, nr. 18, í lógaruppskotinum Viðvíkjandi 5. pkt í uppskotinum verður annars víst til 1, nr. Med hensyn til det foreslåede 5. pkt. henvises i øvrigt til lovforslagets 1, nr. 69, der omhandler den tilsvarende foreslåede ændring med hensyn til udbytte i andre værdier end kontanter. Til nr. 81 ( 187, stk. 1, 2. pkt) Tað sæst av 191 í vinnufelagalógini, ar avgerð um lækka kapitalin skal verða skrásett ella fráboðað til skráseting í seinasta lagi 2 vikur eftir, at avgerðin er tikin. Hetta er galdandi uttan mun til, um tað er aðalfundurin, sum tekur avgerðina, ella talan er um kapitallækkan í einum smápartafelag, har høvuðsleiðam tekur avgerðina eftir heimilan frá aðalfundinum Tað er tí ikki brúk fyri ásetingini í 187, stk. 1, 2. pkt., um fráboðanarfreistina fyri avgerðir um kapitallækkanir, sum eru tiknar eftir heimilan frammanundan frá aðalfundinum. Til nr. 82 ( 190, stk. 2) Við uppskotinum um ásetingina í 190, stk. 2, nýtt 2. pkt., verður tað gjørt greiðari, at ein møguligur javni í sambandi við kapitallækkan skal gerast sum ein yvirtøkujavni. Til nr. 83 ( 191) Uppskotið um broyting av 191, 2. pkt., er redaktionel. Til nr. 84 ( 192, stk. 1) Ásetingin í 192 snýr seg um, nær tað í sambandi við kapitallækkanir er krav um, at heitast skal á kravanarar felagsins at fráboða teirra krøv í felagnum. Verandi orðing av 192, stk. 1, kann skapa iva. Tað verður tí skotið upp, at 192, stk. 1, verður orðaða av nýggjum soleiðis, at tað verður gjørt greiðari, at tað er krav um áheitan á kravánararnar í sambandi við kapitallækkan til útgjaldan til kapitaleigararnar og til avsetan til serligan tiltakspening. Tað er sostatt ikki krav um áheitan á kravánararnar í sambandi við kapitallækkan til at dekka undirskot. Tað verður harumframt gjørt greiðari, at almannakunngerðingin av áheitanini á kravánarnararnar verður framd í sambandi við at Skráseting Føfroya skrásetur og almannakunngerð avgerðina um at lækka kapitalin. Leiðslan skal sostatt ikki gera meira viðvíkjandi spuringinum um at almannakunngera áheitanina á kravánararnar um at frávoða teirra krøv í felagnum. 98/159

99 Broytingin, sum skotin er upp, er av redaktionellum slag, og hevur ikki materiellar broytingfar við sær. Til nr. 85 ( 192, stk. 2) Í byrjunarstøðu skal tað í sambandi við kapitallækkan til útgjald til kapitaleigararnar ella til avsetan til tiltakspening heitast á kravánararnar um at fráboða teirra krøv til felagið, sbr. 192, stk. 1. Tað fylgir hinvegin av 192, stk. 2, í vinnufelagalógini, at tað skal ikki heitast á kravánararnar um at fráboða teirra krøv, um tað samstundis við kapitalækkanina verður tikin avgerð um kaptalhæhhan, har kapitalhækkanin verður teknað við í minsta lagi somu nominellu uphædd, sum kapitallækkanin við møguligum yvirkursi aftrat. Tað er sostatt talan um undantak frá kravinum um, at tað í sambandi við kapitallækkan til úgjald til kapitaleigararnar ella avsetan til tiltakspening skal heitast á kravánararnar um at fráboða teirra krøv í felagnum. Undantakið verður nýtt, um tað samstundis við lækkanina verður framd ein kapitalhækkan við somu upphædd (t.v.s. í minsta lagi sama nominellu upphædd og í minsta lagi sama kurs), og kapitalhæækanin skal fara fram við tekning. Skotið verður upp, at 192, stk. 2, verður gørd greiðari soleiðis, at tað staðiliga gongur fram av ásetingini, at tað ikki er krav um áheitan á kravánararnar at fráboða teirra krøv, um kapitalhækkanin er uppá í minsta lagi somu nominellu upphædd sum kapitallækkanin. Tað er framvegis krav um, at tað bæði er nominella upphæddin g kursur, sum skal metast. Um ein kapitallækkan fer fram við nominelt kr til kurs 100, so er avleiðingin av eini samstundis kapitalhækkan uppá nominelt kr til kurs 200, at heitast skal á kravánararnar at fráboða teirra krøv. Uppskotið er einans av redaktionellum slag, og hevur ikki materielllar broytingar við sær. Til nr. 86 ( 193, stk. 3) Kapitallækkanir við amortisatión er regulerað í 74 og 75 í vinnufelagalógini, sum skotið verður upp at broyta í 1, nr. 44 og 45 í lógaruppskotinum. Tað gongur fram av viðmerkingunum til uppskotið um broyting av 74 og 75 í lógaruppskotinum, har 74 og 75 verða samanskrivað til eina nýggja 75 við ávísum broytingum, at tað í sambandi við kapitallækkanir við amortsatión ikki er krav um áheitan á kravánararnar., um treyritnar fyri hesum eru loknar. Tað er tí ein feilur, tá tað av 192, stk. 3, framgongur, at tað skal heitast á kravánararnar í heum førum. Skotið veður tí upp, at 192, st. 3, verður strikað. Til nr. 87 ( 193) Ásetingin í 193 snýr seg um fremjanina av eini kapitallækkan, har tað hevur verið krav um áheitan á kravánararnar at fráboða teirra krøv í felagnum. Ásetingin fevnir um kapitallækkan til útgjald til kapitaleigararnar og avsetan til tiltakspening uttan so, at tað samstundis verður framd tekning av kapitalhækkan. 99/159

100 Karpitallækkan til at dekka undirskot er ikki fevnd av ásetingini, tí tað er ikki krav um áheitan á kravánararnar í hesum førum. Tað er tørvur á at nágreina 193, og at gera nakrar tillagingar. Skotið verður upp at tað verður nágreinað í stk. 1, at tað møguligt at fremja kapitallækkanina til útgjald til kapitaleigararnar ella til avsetan til serligan tiltakspening fýra vikur eftir skrásetingina av avgerðini um kapitallækkanina, har tað samstundis varð heitt á kapitaleigararnar at fráboða teirra krøv. Tað vil siga, at kapitallækkanin kann verða framd, tá freist kravánaranna at fráboða er úti. Ein kapitallækkan má tó bert verða framd, um høvuðsleiðslan metur, at tað er ráðiligt. Treytin í stk. 4 í uppskotinum um atlit til fráboðað krøv, skal eisini verða lokin. Tað hevur ikki gingið staðiliga fram av vinnufelagalógini, at tað eftir praksis er møguligt manuelt at effektuera eina kapitallækkan við fráboðan til Skráseting Føroya, og fyri at gera reglurnar greiðari, verður skotið upp, at tað verður nágreinað í lógini, at hetta er møguligt, um nevndu treytir eru loknar. Vinnufelagalógin skipaði sonevnda sjálvvirkandi fremjanir av kapitalækkanum, har Skráseting Føroya uttan fleiri fráboðanir frá felagnum skrásetur kapitalækkanina sum framda, uttan so, at skrásetingin innan eina ávísa freist, sum er ásett til fýra vikur, hevur fingið fráboðan um, at kapitallækkanin ikki skal verða framd. Hendan skipanin heldur eftir stk. 2 í uppskotinum fram við ávísum broytingum í mun til verandi áseting ( 193, stk. 1) um sjálvvirkandi fremjing av kapitallækkan. Í uppskotinum til stk. 2 verður tað gjørt greiðari, at Skráseting Føroya sjálvboðin fremur kapitalækkanina, og hetta kann verða gjørt fýra vikur eftir, at freist kravánaranna at fráboða er úti. Tað er Skráseting Føroya, sum avgerð, nær fremjanin skal verða framd, og tann, sum hevur fráboðað avgerðina um kapitalækkanina, fær boð um, at kapitallækannin nú er framd. Kapitallækanin verður ikki effektuerað, um felagið ella ráðgevarar tess, áðrenn Skráseting Føroya hevur skrásett fremjanina av kapitallækkingini, skráseta ella fráboða til Skráseting Føroya, at avgerðin um kapitallækkan skal annulerast, sbr. eisini stk. 3, ella at skrásetingin ikki skal fara fram sjálvvirkandi, men at møgulig fremjan av kapitallækkanini verður skrásett ella fráboða til skrásetingar av felagnum ella ráðgevarum tess, sbr. stk. 4 og 5. Í ávísum førum er tað orsakað av broytingum í felagnum í tíðarskeiðinum frá skrásetingini av avgerðini um kapitallækkanina ikki møguligt at fremja eina sjálvvirkandi fremjan av kapitallækkanini. Skotið verður upp, at Skráseting Føroya fær heimild til at áseta reglur um, hvørjar broytingar hava við sær, at avgerðin um kaptallækkan verður annulerað, ella at kapitallækkanin skal fremjast manuelt við fráboðan til Skráseting Føroya. Í stk. 3 verður skotið upp, eins og galdandi er nú, at høvuðsleiðslan hevur skyldu til at bróta av sjálvvirkandi skaptallækkanina eftir stk. 2, 1. pkt., um fremjanin ikki kann fara fram samsvarandi tí, sum er almannakunngjørt, ella um tað ikki er ráðiligt at fremja kapitallækkanina við atliti at kapitatlbúgving felagsins. Í stk. 4 verður tað nágreinað, at kapitallækkanin ikki má fremjast, um kravánarnir hava fráboðað teirra krøv, og um fráboðað og fallin krøv ikki eru goldin, og um umbiðin trygd ikki er sett fyri ávikavist krøvum, sum ikki eru fallin til gjaldingar, og krøvum, ið ósemja er um. Skráseting Føroya avgerð eftir áheitan frá einum av pørtunum, um trygd, sum er bjóðað, kann metast nøktandi. 100/159

101 Eftir stk. 2 í uppskotinum er tað møguligt at bróta av sjálvvirkandi fremjanina av kapitallækkanini soleiðis, at fremjanin av kaptalækkaninini fyrst verður framd, tá felagið ella rágevarar tess skráseta ella fráboða til skrásetingar fremjanina av kaptallækkanini. Við atliti at m.a. kravánarunum er tað er stórum týdningi, at tað ikki í langa tíð er óvissa um, hvørt kapitallækkanin verður fram. Skotið verður tí upp, at tað tað verðir staðliga ásett í stk. 5, at ein kapitallækkan skal skrásetast ella fráboðast til skrásetingar í seinasta lagi innan freistin at senda inn ta ársfrágreiðingina, har avgerðin um kapitallækkanina er, fer, tó í seinasta lagi 1 ár eftir, at avgerðin um kapitallækkanina er tikin. Eftir uppskotinum verður galdandi áseting í 193, stk. 1, 2. pkt., um amortisatión ikki tikin við aftur í nýggju orðingina av 193. Tað er tí, at reglurnar um hetta eftir uppskotinum verða savnaðar í 74, sbr. 1, nr. 44 í uppskotinum. Heldur ikki ásetingin í galdandi 193, stk. 3, um kapitalækkan í smápartafeløgum, har avgerðin um kapitallækking verður tikin av høvuðsleiðsluni eftir heimilan frá aðlfundinum.iverður tikin við aftur í nýggju orðingina av 193, tí innihaldið í hesi áseting gongur fram av 187. Til nr. 88 ( 197, stk. 1, pkt. 1) 197, stl. 1, í vinnufelagalógini er framhald av 48, stk. 4, í gomlu partafelagslógini. Ásetingin í vinnufelagalógini snýr seg um at felagið útvegar sær egnar kapitalpartar. Við vinnufelagalógini varð sett inn, at ásetingin skal galda bæði fyri partafeløg og smápartafeløg. Eftir 197, stk. 1, kann útvega sær egnar kapitalpartar fyri viðurlag innanfyri tær ognir, sum kunnu nýtast til serligt vinningsbýti. Hetta gongur longur enn en reglurnar í grannalondunum og ES- vinnufelagarætturin loyva. Skotið verður tí upp, at 197, stk. 1, verður broytt soleiðis, at kapitalfelag kann útvega sær egnar kapitalpartar fyri tær upphæddir, sum í seinasta góðkenda ársroknskapi felagsins ikki eru tiknar við sum flutt yvirskot, og tiltakspeningur, sum ikki er bundin sambært lóg ella viðtøkum, frádrigið flutt hall. Til nr. 89 ( 219, stk. 2) Í galdandi 219, stk. 2, er ásett, at likvidator til eina og hvørja tíð verða settur frá av tí felagsstovni ella tí myndugleika, sum hevur tilnevnt viðkomandi. Skotið verður upp, at nágreina ásetinginga soleiðis, at tað framgongur, at likvidator kann verða settur frá av tí, sum hevur valt ella tilnevnt viðkomandi. Hetta er redaktionell broyting, sum ikki hevur materiellar broytingar við sær. Til nr. 90 ( 220, stk. 1, pkt. 2) Eftir 220, stk. 1, 2. pkt., í vinnufelagalógini skal fráboðan um likvidatión latast øllum kravánarum. Tað sama er ásett í 221, stk. 1., og skotið veður tí upp, at strika 220, stk. 1, 2. pkt. 101/159

102 Til nr í vinnufelagalógini snýr seg um fráboðan av avgerð um at fara í likvidatión. Eftir stk. 3 kunnu ikki fremjast skrásetingar viðvíkjandi kapitalfelagnum, tó burtursæð frá broytingum viðvíkjandi vali skiftirætsins av møguligum grannskoðara at grannskoða ársfrásøgnina og kapitalhækkanir. Sum ásetingin er orðað bendir tað á, at tað við hesi áetingini í vinnufelagalógini ikki eru somu møguleikar fyri broytingum, sum tað vóru eftir praksis eftir partafelagalógini og smápartafelagalógini. Tær broytingar, sum vórðu góðtiknar eftir partafelagalógini og smápartafelagalógini, eiga eisini at verða góðtiknar eftir vinnufelagalógini. Skotið verður tí upp, at 220, stk. 3 verður broytt soleiðis, at tað verður tikskilað, hvørjir møguleikar eru fyri feløg í likvidatión Tað verður nágreinað, at í einum felag í likvidatión, umframt broytingar viðvíkjandi likvidator, eisini kunnu skrásetast broytingar viðvíkjandi broyting av felagsins grannskoðara, ársroknskap o.a., kapitalhækkan, broyting av viðtøkunum sum avleiðing av avgerð aðalfundarinnar um at broyta eina fyrr tikna avgerð um grannskoðan av kapitalfelasins komandi ársroknskapum oa., um kapitalfelagið ikki er umfatað av grannskoðaraskylduni eftir ársroknskaparlógini ella aðrari lóggavu, broyting av felagsins heimstaðadressu til likvidators adressu, um tað er ikki er møguligt at fáa samband við felagið á adressuni higartil, ella um ítøkiligu umstøðurnar í undataksførum tala fyri tí, uppafturtøka, kloyving. Við hesum verður rættarstøðan greiðari. Uppskotið broytir ikki, at tað framvegis bert eru avmarkaðir broytingarmøguleikar í einum felag í likvidatión, og at tað t.d. ikki verður møguligt, at taka avgerð um kapitallækkan. Til nr. 92 ( 221, stk. 1, 1. pkt.) Vinnufelagalógarinnar 221, stk. 1, 1. pkt., snýr seg skráseting og almannakunngerðing í kt- skipan Skráseting Føroya, heruppí áheitan á kravánararnar at fráboða teirra krøv til likvidator. Skotið verður upp at ásetingin verður nágreina, og at ásett verður at kravánarar skulu fráboða teirra krøv til likvidator í seinasta 3 mánaðaðir frá dagfestingini av almannakunngerðingini í kt- skipan Skráseting Føroya. Til nr. 93 ( 223, stk. 1) Talan er um eina lógartøkniliga rætting, av tí at tilvísingin í galdandi lóg er skeiv. Til nr. 94 ( 224, stk. 1) 224, stk. 1, í vinnufelagalógini ásetir, at tá likvidatiónsinntøkan er útlutað, endar búviðgerðin, og aðalfundurin kann síðani taka avgerð um endaligu likvidatiónina. 102/159

103 Tað eigur at verða møguligt at útluta likvidatiónsinntøkuna eftir at búviðgerðin er endað. Skotið verður tí upp, at tað verður ásett í 221, stk. 1, at likvidatiónsinntøkan kann verða útlutað áðrenn ella eftir at búviðgerðin er endað, Til nr. 95 ( 228) Vinnufelagalógarinnar 228 snýr seg um avgerð Skráseting Føroya um tvingsilsavtøku av einum kapitalfelag. Ásetingin staðfestir, hvørjir møguleikar eru í einum kapitalfelag, sum er undir tvingsilsavtøku, at taka avgerð um broyting av teimum skrásettu viðurskiftunum í felagnum. Eftir orðingini av 228 samanborið við samsvarandi ásetingar í gomlu pasrtafelagslógini og smápartafelagslógini tykist tað, sum at tað við vinnufelagalógini eru munandi færri møguleikar at gera broytingar í einum felag undir tvingsilsavtøku í mun til praksis eftir ásetingunum í gomlu partafelagslógini og smápartafelagslógini. Hetta hevur ikki verið ætlanin. Tær broytingar, sum eftir praksis eftir gomlu lóggávuni vóru møguligar, eiga eisini at vera møguligar eftir vinnufelagalógini, og skotið verður tí upp, at broyta 228. Skotið verður upp, at ásetingin verður orðað soleiðis, at tað verður nevnt í ásetingini, hvørjir broytingamøguleikar eru. Við hesum verður greidleiki um rættarstøðuna. Til nr. 96 ( 229) Við 229 í vinnufelagalógini varð sett inn ein áseting um, hvørjar dispositiónir leiðslan, sum verið hevur higartil, kann gera, eftir at felagið er sent til tvingsilsavtøku, og hvørjar skyldur leiðslan hevur mótvegis skiftirættinum og einum einum Galdandi orðing av 229 byggir á eina forteyt um, at skiftirætturin altíð tilnevnir ein likvidator at standa fyri at felagið verður tikið av. Hetta er tó ikki altíð førið, og skotið verður tí upp, at ásetingin verður orðað av nýggjum soleiðis, at atlit verða tikin til hetta, og til, at tað eisini verður tikið atlit til, at ávísir partar av verandi áseting eru ógreiðir. Med selskabslovens 229 blev der indført en bestemmelse om, hvilke dispositioner den hidtidige ledelse kan foretage efter selskabets oversendelse til tvangsopløsning, og hvilke pligter ledelsen har over for skifteretten og en eventuel likvidator udpeget af likvidator. Den gældende affattelse af 229 bygger på en antagelse om, at skifteretten altid udnævner en likvidator til at forestå afviklingen af selskabet. Dette er imidlertid ikke tilfældet, og det foreslås som følge heraf, at bestemmelsen affattes på ny, således at der tages højde for dette. Ved den foreslåede affattelse af bestemmelsen er der endvidere taget højde for, at visse dele af den hidtidige bestemmelse i praksis har vist sig vanskeligt at forstå. Det foreslås i stk. 1, at ledelsen i et kapitalselskab under tvangsopløsning frem til skifteretten har udpeget en likvidator eller til selskabet er opløst alene må foretage de dispositioner, der er nødvendige, og som kan gennemføres uden skade for selskabet og dets kreditorer. Der gælder meget snævre rammer for ledelsens råderum for at kunne handle på selskabets vegne i den periode, der går fra selskabets oversendelse til tvangsopløsning eller beslutning 103/159

104 om tvangsopløsning, og til der eventuelt udpeges en likvidator, eller selskabet er opløst. Der kan dog i praksis opstå situationer, hvor den hidtidige ledelse har pligt til at handle for at undgå tab. Ledelsen vil imidlertid aldrig være beføjet til at foretage usædvanlige dispositioner, som eksempelvis realisation af selskabets værdier. Efter den foreslåede stk. 2 er tidligere medlemmer af ledelsen forpligtet til at bistå skifteretten og likvidator, hvis skifteretten har udpeget en sådan, med oplysninger om selskabets virke frem til selskabet er opløst. Ledelsen skal give de oplysninger, som måtte være nødvendige for vurdering af bestående og fremtidige krav. Det foreslås, at denne pligt udvides til også at omfatte selskabets hidtidige revisor. I stk. 3 foreslås det præciseret, at ledelsen i dattervirksomheder, der indgår i koncerner, ligeledes er forpligtet til at bistå skifteretten og en eventuelt skifteretsudnævnt likvidator. Formålet med de foreslåede bestemmelser i stk. 2 og 3 er, at skabe de bedst mulige rammer for skifteretten og en eventuelt udpeget likvidator, herunder blandet andet for at kunne vurdere solvensgraden af selskabet. Samtidig understreges det, at tidligere ledelsesmedlemmer kan ifalde et selvstændigt ansvar, hvis de er bekendte med potentielle krav mod selskabet, som kan være relevante for vurderingen af udlodning af likvidationsprovenu. Ansvaret herfor kan kun undgås ved at videregive oplysninger herom til skifteretten og en eventuelt udpeget likvidator. Det foreslås i stk. 4, at skifteretten kan indkalde tidligere medlemmer af selskabets ledelse og selskabets hidtidige revisor til at møde i skifteretten med henblik på at indhente oplysninger i henhold til den foreslåede stk. 2. Lovforslaget indebærer ingen ændringer i retstilstanden. De hidtidige bemærkninger til selskabslovens 229 erstattes af ovenstående bemærkninger. Til nr. 97 ( 231, stk. 1) Ásetingin viðvíkjandi uppafturtøku eftir vinnufelagalógarinnar 231 og 232 er upprunaliga eitt framhald av ásetingunum í 126 partafelagalógini og 62 í smápartafelagalógini. Ætlanin var ikki at broyta galdandi rættarstøðu við uppskotinum um uppbýti í 231 og 232. Uppbýtið er grundað á ynski um at gera greiðari, at tað er gjørligt at taka upp aftur feløg, sum eru farin í sjálvbodna likvidatión, eins og feløg, sum eru send til tvingsilsavtøku. Uppbýtið hevur tó ikki verið heilt greitt, av tí at 231, stk. 3 viðvíkur tvingsilsavtøku, meðan restin av 231 viðvíkur uppaftøku av feløgum, sum eru farin í sjálvbodna likvidatión. Broytingin er ikki ætlað at hava við sær broytingar í galdandi rætti. Talan er heldur um at nágreina galdandi rætt soleiðis, at ásetingin í 231 einans fer at snúgva seg um uppafturtøku av feløgum, sum eru farin í sjálvbodna likvidatión, meðan ásetingin í 232 einans fer at snúgva seg um uppafturtøku av feløgum, sum eru undir tvingsilsavtøku. 104/159

105 Við hesum uppskoti verður tilvísingin til 224, stk. 3 strikað, av tí at henda áseting ikki er í lógini. Í viðmerkingunum til 231 sæst, at tað við tilvísingin til 224, stk. 3 verður sipað til nýggju ásetingina í lógini um a conto útlutan. Tilvísingin verður tískil rættað til 223, stk. 2. Í galdandi áseting er longu ein tilvísing til 223, og tilvísingin til 224, stk. 3, verður tí strikað. At enda í ásetingini verður nágreinað, at um felagskapitalurin, eftir at hann er niðurskrivaður til ta upphædd, sum er tøk, er minni enn kapitalkravið, sbr. 4, stk. 2, skal felagskapitalurin fáast upp á í minsta lagi hesa upphædd. Talan er einans um eina málsliga nágreining. Harumframt hevur uppskotið við sær, at tilvísingin í 231, stk. 1, 4. pkt. til 33 verður broytt til 4, stk. 2. Til nr. 98 ( 231, stk. 3) 231, stk. 3 viðvíkur kapitalfeløgum, sum eru send til tvingsilsavtøku. Skotið verður upp, at stk. 3 verður strikað, og at ásetingin í staðin verður sett sum stk. 4 í 232, sum viðvíkur feløgum, sum eru undir tvingsilsavtøku. Til nr. 99 ( 232, stk. 1) Ásetingin í 232, stk. 1 viðvíkur uppafturtøku av feløgum, sum eru send til tvingsilsavtøku í skiftirættinum. Ásetingin hevur við sær, at tað skal fráboðast, um skiftirættarviðgerðin skal slítast, um felagið skal uppafturtakast, sbr Ivi hevur verið um, hvar hetta skal fráboðast, av tí at ásetingin viðvíkur tvingsilsavtøku í skiftirættinum. Skotið verður tískil upp at nágreina ásetingina, tí fráboðanir um uppafturtøku av einum felag undir tvingsilsavtøku skulu latast Skráseting Føroya. Talan er einans um eina kodifikatión av galdandi rætti. Til nr. 100 ( 232, stk. 3-5) Ásetingin í 232 í vinnufelagslógini er eins og 231 eitt framhald av ásetingunum í 126 í partfelagalógini og 62 í smápartafelagalógini. Tað er eftir galdandi rætti, undir ávísum treytum, møguligt at taka upp aftur eitt felag, sum er sent til tvingsilsavtøku, sbr. galdandi áseting í 232 í vinnufelagalógini. Tað er tó sambært viðmerkingunum til 231, stk. 2, eitt krav, at tað saman við fráboðanini um uppafturtøku verður latið skjalprógv fyri, at neyðugu fortreytirnar fyri uppafturtøku eru til staðar. Hetta skal sambært viðmerkingunum tryggja, at tey viðurskifti, sum upprunaliga høvdu við sær, at felagið varð sent til tvingsilsavtøku, eru fingin í rættlag. Skotið verður upp at nágreina ásetingina um uppafturtøku við at seta inn eitt nýtt stk. 3, sum staðfestir higartil galdandi rætt. Á henda hátt fer tað frameftir at ganga greitt fram av lógini, at viðurskiftini, sum høvdu við sær umbøn um tvingsilsavtøku, eru fingin í rættlag, áðrenn avgerð um uppafturtøku kann verða tikin. Av tí at tað er ein treyt fyri uppafturtøku av einum felag, sum er sent til tvingsilsavtøku, at viðurskiftini, sum høvdu við sær tvingsilsavtøkuna, ikki longur eru til staðar, er tað ikki 105/159

106 gjørligt at taka upp aftur eitt felag, um tvingsilsavtøkan er grundað á ein mangul í stovningargrundarlagi felagsins, sum ikki kann verða rættaður. Tað verður ásett staðliga, at tað er ein treyt fyri uppafturtøku, at felagið hevur latið inn møguligar ársfrásagnir, sum felagið ikki enn hevur latið inn, men har freistin at lata inn er farin. Ásetingin í stk. 4 er eitt framhald av galdandi rætti. Talan er einans um, at 231, stk. 3, sum við 1, nr. 98 í hesum lógaruppskoti verður strikað, verður flutt og málsliga nágreinað. Broytingin verður framd, tí ásetingin viðvíkur feløgum, sum eru send til tvingsilsavtøku. Reglurnar um uppafturtøku av feløgum undir tvingsilsavtøku eru frameftir savnaðar í 232. Uppskotið til ásetingina í stk. 5 er ein kodifisering av galdandi rætti. Tað er tó mett, at rættast at nágreina í lógini sjálvari, at hevur rætturin tikið avgerð um tvingsilsavtøku, sbr. 230, kann uppafturtøka ikki fara fram. Til nr. 101 ( 233, stk. 4) 233 snýr seg um trotabúsviðgerð. Ásetingin staðfestir, hvør kann lata inn áheitan um trotabúsviðgerð vegna kapitalfelagið, og hvørjar møguleikar eru fyri, at tað kann takast avgerð um broytingar av skrásetingum viðvíkjandi felagnum. Felag undir trotabúsviðgerð kann luttaka í samanleggingum og kloyvingum. Í slíkum førum er tað tó krav um, at kurator tekur undir við avgerðini um at felagið luttekur í einari samanlegging ella kloyving. Fyri at lætta um umsitingina av reglunum verður skotið upp, at kravið um at kurator skal taka undir við avgerðini um samanlegging ella kloyving, verður ásett staðiliga í 233, stk. 4.. Kravið um undirtøku frá kurator skal tryggja áhugamál kravánaranna við tað, at kurator við atliti til áhugamál kravanaranna skal meta um, hvørt hann skal taka undir við avgerðini. Felag undir trotabúsviðgerð er felag undir avtøku, og skotið verður upp, at tað samstundis verður nágreina, at eitt felag undir trotabúsviðgerð bert kann luttaka í eini samanlegging sum uppathaldandi felag og sum innskjótandi felag í eini kloyving. Um eitt felag undir trotabúsviðgerð t.d. skal vera eitt framhaldandi felag í eini samanlegging, er tað tí krav um, at trotabúaviðgerðin er strikað, tá tað verður tikin avgerð um at fremja transaktiónina. Einki forðar fyri, at eitt felag er undir trotabúaviðgerð, tá ætlaðað transaktiónin verður almannakunngjørd, sbr. m.a. 244 og 266 um samanleggingar og kloyvingar. Sostatt verður skotið upp,, at tað verður sett eitt nýtt stk. 4, har tað verður gjørt greiðari, at eitt kapitalfelag undir trotabúaviðgerð kann luttaka í samanleggingum sum uppathaldandi felag, ella í kloyvingum sum innskjótandi felag, undir tí fortreyt, at kurator tekur undir við avgerðini. Tað er einans talan um kodifisering av galdandi rætti, og ikki um broytingar av rættarstøðuni. Tað er ikki talan um at frávik í mun til knkurslógina. Til nr. 102 ( 234, stk. 2) 106/159

107 234, stk. 2, í vinnufelagalógini snýr seg um, hvøjir broytingarmøguleikar eru í einum felag, sum er undir trotabúaviðgerð. Bæði 234, stk. 2, 2. pkt., og 233, stk. 4, sum verður 233, stk. 5, viðvíkja broytingarmøguleikum í einum felag, sum er undir trotabúarviðgerð. Tí verður skotið upp, at 234, stk. 2, 2. pkt., verður strikað. Víst verður eisini til 1, nr. 101 í uppskotinum. Til nr. 103 ( 235, stk. 1) 235 í vinnufelagalógini regulerar møguleikan at reassumera. Ásetingin er framhald av 125 í gomlu partafelæagslógini og 58 í smápartafelagslógini. Tað var við 235 ikki ætlanin at gera materiellar broytingar í rættarstøðuni. Verandi orðing inniheldur tó eina týðandi broyting í mun til fyrr nevndu ásetingar í gomlu lóggávuni við tað, at tað ikki gongur fram, at tað er búgvið eftir kapitalfeløg, sum eru tikin av við gjaldsváttan, sbr. 216 í vinnufelagalógini, sum kunnu reassumerast umframt feløg, sum eru tikin av við likvidatión. Tað verður tí skotið upp, at ásetingin í 235, stk. 1, verður orðað av nýggjum Uppskotið hevur ikki materiellar boytingar við sær. Til nr. 104 ( 236) Vinnufelagslógarinnar 236 allýsir hugtakið samanlegging. Hetta merkir, at eitt kapitalfelag kann verða avtikið uttan likvidatión við at ognir og skyldur felagsins, móti viðurgjaldi til eigararnar av uppathaldandi kapitalfelagnum, í síni heild verða avhendaðar til eitt annað kapitalfelag. Skotið verður upp, at tað verður gjørt greiðari í vinnufelagslógarinnar 236, at universalsuccessión eisini er galdandi í sambandi við samanlegging. Universalsuccessión merkir, at eitt kapitalfelag gongur inn í ognarrættarligu støðuna hjá einum øðrum kapitalfelag og á tann hátt, uttan samtykki kravánaranna, yvirtekur bæði rættindi og skyldur kapitalfelagsins. Eftir føroyskum rætti er útgangsstøði, at debitorskifti er treytað av samtykki frá kravánara. Tá ið talan er um samanleggingar og kloyvingar, er sostatt talan um at víkja frá hesum útgangsstøði, av tí at fremjanin av samanleggingum og kloyvingum kann gerast uttan samtykki kravánarans. Tað gongur fram av 254, at ein kloyving kann verða framd uttan samtykki kravánaranna, og hetta hevur sostatt universalsuccessión við sær. Sum er, er her sostatt munur á orðingini í 236 um samanlegging og tí samsvarandi í 254 um kloyving, hóast hetta ikki hevur verið ætlanin. Við støði í hesum verður skotið upp, at 236 verður broytt soleiðis, at tað gongur fram av ásetigini, at avhendanirnar í sambandi við eina samanlegging kunnu fremjast uttan samtykki kravánaranna, t.e. at universalsuccessión eisini er galdandi í sambandi við samanlegging. Talan er um eina lógartøkniliga broyting. Uppskotið broytir ikki rættarstøðuna. Til nr. 105 og nr. 135 ( 237, stk. 2, og 255, stk. 2) 107/159

108 Í 237, stk. 2, og 255, stk. 2, í vinnfelagalógini verður staðfest, at í samanleggingum ávikavist kloyvingum, har einans smápartafeløg luttaka, kunnu smápartaeigararnir í semju avgera, at tað skal ikki gerast ein ætlan í sambandi við ætlaðu samanleggingina ella kloyvingina. Ásetingarnar í 237, stk. 2, og 255, stk. 2, vísa samstundis til ávikavist 248, stk. 2 og 3, og 266, stk. 2 og 3, sum staðfesta tey viðurskifti, sum støða skal takast til í sambandi við, at samtykt verður at fremja samanleggingina ella kloyvingina. Staðfest verður harumframt, at einsljóðandi avgerðir skulu takast í luttakandi smápartafeløgunum, sum halda fram. Orsakað av at tað verður skotið upp at nágreina við einum nýggjum stk. 2 í ávikavist 248 og 266, hvat er galdandi í teimum førum, har eina samanleggingarætlan ella ein kloyvingarætlan er vald frá, verður skotið verður upp at broyta tilvísingina í 237, stk. 2, og 255, stk. 2, soleiðis, at tilvísingarnar eisini fevna tey stk. 2, sum verða skotin upp. Talan er um eina lógartøkniliga broyting. Uppskotið broytir ikki rættarstøðuna. Til nr. 106 ( 237, stk. 3, nr. 6) Talan er um eina redaktionella broyting, tá ásetingin fevnir um øll kapitalfeløg. Tað gongur fram av stk. 3, at í sambandi við samanleggingar, har partafeløg luttaka, skal samanleggingarætlanin innihalda tær upplýsingar, sum ganga fram av nr í ásetingini. Stk. 3 er sostatt ikki avmarkað til einans partafeløg, men verður nýtt, tá eitt ella fleiri av luttakandi feløgunum eru partafeløg. Til nr. 107 ( 238) Sambært galdandi áseting í 238 skal gerast ein skrivlig samanleggingarfrágreiðing til kapitaleigararnar í einum kapitalfelag, sum luttekur í eini samanlegging. Í hesi frágreiðing skal greiðast frá samanleggingarætlanini, eins og grundgevast skal fyri samanleggingini. Henda frágreiðing skal gerast av høvuðsleiðsluni og skal hava upplýsingar um, hvussu viðurgjaldið fyri kapitalpartarnar í uppathaldandi skal ásetast. Um trupult er at áseta viðurgjaldið, skal greiðast frá hesum. Í smápartafeløgum kunnu smápartaeigararnir, um teir eru samdir, sambært galdandi áseting velja frá hesa frágreiðing. Fyri partaeigararnar í einum partafelag hevur tað higartil ikki verið gjørligt at velja frágreiðing leiðslunnar frá, og hendan hevur sostatt verið eitt treytaleyst krav. Eftir uppskotinum til broytta orðing av stk. 2 verður møguligt eisini í partafeløgum at velja frá samanleggingarfrágreinginina. Allir kapitaleigarar í einstaka luttakandi verandi felagnum, skulu geva sítt samtykki til, at frágreiðing leiðslunnar ikki skal gerast. Eins og í áðurgaldandi ásetingum, sum innihalda møguleikan at velja frá skjøl, verða ikki ásett formlig krøv um, hvussu samtykki skal gevast. Avgerðin um, hvussu samtykki verður givið, verður sostatt eftir metingini og ábyrgdini hjá leiðsluni í ítøkiliga felagnum. 108/159

109 Ásetingin fer, eftir hesa broyting, at vera í samsvari við ta ásetingina, sum frammanundan er galdandi í sambandi við kloyving. Esini verður skotið upp, at tað verður nágreinað í 238, stk. 1, at tað er ætlaða samanleggingin, sum greiðast skal frá í samanleggingarfrágreiðingini. Við uppskotnu broytingini fer orðaljóðið í ásetingini at taka fyrivarni fyri teimum førum, har gerð av samanleggingarætlan er vald frá. Talan er um eina lógartøkniliga broyting. Uppskotið broytir ikki rættarstøðuna. Í 238, stk. 1, 2. pkt, verður eftir serligir trupulleikar í sambandi við ásetanina sett:, og upplýsing um gerð av metingarfrágreiðing, um hendan skal gerast sbrt Hesar upplýsingar skulu ganga fram av kloyvingarfrágreiðingini, og skotið verðir tí upp samsvarandi áseting fyri samanleggingar. Til nr. 108 ( 239) 239 í vinnufelagalógini regulerar ger av millumjavna í sambandi við samanleggingar. Skotið verður upp, at 239 verður orðað av nýggjum. Vinnufelagslógarinnar 239, stk. 1, ásetur, nær millumjavni skal gerast í sambandi við eina samanlegging. Eftir galdandi rætti kann millumjavni verða valdur frá, men av smápartaeigarunum í smápartafeløgum. Soleiðis hevur rættarstøðan eisini verið í okkara grannalondum, sum eru limir í ES/EBS, tí eftir ES- rættinum (í samanleggingardirektivinum) hevur tað ikki verið møguligt, at velja millumjavna frá, tá eitt ella fleri partafeløg luttaka í eini samanlegging. Hetta er nú broytt soleiðis, at eisini partafeløg kunnu velja millumjavna frá. Í vinnufelagalógini eigur ikki at verða sett strangari krøv til vinnuna enn tey, ið sett verða í okkara grannnalondum. Sostatt verður skotið upp, at bæði í smápartafeløgum og partafeløgum kunnu kapitaleigararnir í semju velja millumjavnan frá. Eftir galdandi rætti er møguligt at kapitaleigararnir í semju kunnu velja, at millumjavni ikki skal gerast í sambandi við kloyving, sbr. 257, stk. 2, í vinnnufelagalógini, sum verður stk. 4, sbr. 1, nr. 136, í uppskotinum. Ásetingin í 239, stk. 2, í uppskotinum er tí orðað samsvarandi ásetingini um frával í sambandi við kloyving. Eftir galdandi reglum, skulu kapitalfeløg, hvørs virðisbrøv eru upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði í einum ES/EBS- landi, gera og almannakunngerða eina hálvársfrásøgn eftir nærri ásetingum um hetta í ársroknskaparlógini. Eftir 239, stk. 5, í uppskotinum skulu kapitalfeløg, hvørs virðisbrøv eru upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði í einum ES/EBS- landi, ikki gera ein millumjavna í sambandi við samanlegging, um hálvársfrásøgnin verður almannakunngjørd samsvarandi ársroknskaparlógini, og verður gjørd atkomulig fyri kapitaleigararnar. Bakstøðið fyri at seta hesa ásetingina lógina er, at feløg, sum eftir ársroknskaparlógini almannakunngera eina 109/159

110 halvársfrásøgn, longu á henda hátt hava gjørt tær upplýsingar, sum skulu útvegast við millumjavnaðinum, alment atkomuligar fyri m.a. eigarar felagsins. Tað er tí ikki neyðugt at gera ein millumjavna, sum eisini er kostnaðarmikið. Umframt omanfyri nevndu brotingar verður skotið upp at gera nakrar nágreiningar, sum greitt verður frá niðanfyri: Tað gongur fram av vinnufelagalógarinnar 239, stk. 1, 1. pkt, at er samanleggingarætlanin undirskrivað meira enn seks mánaðir eftir, at roknskapararárið, sum seinasta ársfrásøgn kapitalfelagsins viðvíkur, er endað, skal gerast ein millumjavni fyri tað kapitalfelagið, sum luttekur í samanleggingini, uttan so, at undantakið í stk. 2 verður nýtt. Við vinnufelagalógini gjørdist tó møguligt at velja frá at gera samanleggingarætlan í sambandi við samanleggingar, har tað einans luttaka smápartafeløg. Tað sæst ikki greitt av 239, stk. 1, hvørt tað skal gerast ein millumjavni, um samanleggingarætlan er vald frá. Skotið verður upp um samanleggingarætlanin er vald frá at avgerandi fyri, um millumjavni skal gerast, er løtan, tá ið avgerðin um at velja samanleggingarætlan frá varð tikin. Um talan um eina samanlegging, har samanleggingarætlan er vald frá, sbr. 237, stk. 2, verður tískil skotið upp, at tað fyri kapitalfelagið, sum luttekur í samanleggingini, skal gerast ein millumjavni, um avgerðin um at velja frá samanleggingarætlanina er tikin meira enn seks mánaðir eftir, at roknskaparárið, sum seinasta ársfrásøgn kapitalfelagsins viðvíkur, er endað. Um talan er um eina samanlegging, har bæði feløgini, ið luttaka, hava kalendaraárið sum roknskaparár, skal tað í útgangsstøði gerast ein millumjavni fyri bæði feløgini, um samanleggingarætlanin er vald frá 1. juli ella seinni. Er talan um eina samanlegging, har uppathaldandi felagið hevur kalendaraárið sum roknskaparár, meðan framhaldandi felagið hevur roknskaparár frá 1. juli til 30. juni, verður tað í útgangsstøði kravt, at millumjavni skal gerast fyri uppathaldandi felagið, um samanleggingarætlanin verður vald frá 1. oktober 2016, av tí at hetta er meira enn seks mánaðir eftir, at roknskaparárið (2015), sum seinasta ársfrásøgn í uppathaldandi felagnum viðvíkur, er endað. Millumjavni fyri framhaldandi felag verður ikki kravdur, um aðalfundurin í framhaldandi felagnum, í seinasta lagi samstundis sum avgerðin um at fremja samanleggingina verður tikin, góðkennir ársfrásøgn felagsins fyri tíðarskeiðið 1. juli 2015 til 30. juni 2016, av tí at tað, um so er, ikki eru seks mánaðir ímillum ávikavist at samanleggingarætlanin er vald frá og tað tíðarskeið, ið seinasta ársfrásøgn felagsins viðvíkur. Um aðalfundurin ikki í seinasta lagi samstundis sum avgerðin um at fremja samanleggingina verður tikin hevur góðkent ársfrásøgnin hjá framhaldandi felagnum fyri 2015/2016, verður í útgangsstøði kravt, at millumjavni skal gerast fyri hetta felagið. Skotið verður upp, at møguleikin at velja frá millumjavna eftir stk. 2, sum verður stk. 4, og undantakið frá kravinum í stk. 5 í uppskotinum, skal galda samsvarandi í teimum førum, har millumjavni skal gerast viðvíkjandi eini ætlaðari samanlegging, og har samanleggingarætlanin er vald frá. Skotið verður harumframt upp, at krøvini um millumjavna verða tey somu uttan mun til, um tað í ítøkiligu samanleggingini er gjørd ein samanleggingarætlan ella ikki. Við støði í hesum 110/159

111 verður skotið upp, at sett verður inn eitt nýtt stk. 2 um at gera millumjavna, um samanleggingarætlan er vald frá, sbr. 237, stk. 2. Sum úrslit av hesum verður skotið upp, at 239, stk. 1, 2. og 3. pkt. um krøvini til ein millumjavna, verða flutt til eitt nýtt stk. 3, av tí at hesi krøv galda, bæði tá ið samanleggingarætlan er gjørd, og tá ið samanleggingarætlan ikki er gjørd. Skotið verður harumframt upp at nágreina í stk. 3, at millumjavnin skal gerast eftir somu reglum, sum kapitalfelagið ger ársfrásøgn eftir. Hetta er sostatt ikki avmarkað til ársroknskaparlógina. Ásetingin samsvarar við broytingina í 36, sbr. 1, nr. 17 í hesum lógaruppskoti. Víst verður til hesar viðmerkingar. 239, stk. 1, 1. pkt. vísir til stk. 2, sum eftir uppskotinum verða stk. 4, og ásett verður nýtt stk. 3. Skotið verður tí upp, at 239, stk. 1, 1. pkt. verður rættað samsvarandi hesum. Uppskotið broytir ikki rættarstøðuna. Til nr. 109 ( 240, stk. 2) 240 í vinnufelagalógini snýr seg um metingarfrágreiðing um apportinnskot í sambandi við eina samanlegging. Verður kapitalurin í framhaldandi kapitalfelagnum hækkaður í sambandi við samanleggingina, ella verður skapað eitt nýtt kapitalfelag sum partur av samanleggingini, skal tað sum liður í samanleggingini fáast til vega ein frágreiðing frá einum metingarfólki um apportinnskotið. Er talan um samanlegging millum partafeløg skal ikki gerast ein metingarfrágreiðing. Skotið verður upp, at tað fer at bera til at sleppa undan at at gera eina metingarfrágreiðing í sambandi við samanleggingar av bæði parta- og smápartafeløgum. Fyri at sleppa undan metingarmansfrágreiðingini verður tað krav, at tað verður gjørd annaðhvørt eitt metingarmansummæli av ætlaðu samanleggingini (sonevnt viðurgjaldsummæli) ella ein metingarmansváttan av støðu kravánaranna (sonevnd kravánaraváttan). Í mun til galdandi rætt, har tað í ávísum førum ikki skulu gerast slík skjøl, um kapitaleigararnir velja tað frá, fer tað sostatt í fleiri førum at vera kravd ein frágreiðing frá einum sakkønum. Við 237, stk. 2, í vinnufelagslógini gjørdist tað møguligt at velja frá samanleggingarætlan, um einans smápartafeløg luttaka í samanleggingini. Um samanleggingarætlanin er vald frá, skal ummælið frá metingarfólkinum taka fyrivarni fyri samanleggingini. Sum úrslit av hesum er rættari at vísa til ummælið metingarfólksins um ætlaðu samanleggingina, av tí at ummælið fevnir um bæði tey føri, har samanleggingarætlan er gjørd, og tey føri, har samanleggingarætlan ikki er gjørd. Til nr. 110 (yvirskriftin til 241) Yvirskriftin til 241 í vinnufelagslógini nágreinar, at ásetingin snýr seg um ummæli metingarfólksins av samanleggingarætlanini. 111/159

112 Broytingin í yvirskriftini til 241 er knýtt at broytingini í 241, har 2. pkt. verður sett inn, sbr. 1, nr. 100 í hesum lógaruppskoti, har tað verður gjørt greitt, at ein ætlað samanlegging bæði fevnir um tey føri, har ein samanleggingarætlan er gjørd, og tey føri, har ein samanleggingarætlan er vald frá. Talan er um eina lógartøkniliga broyting. Til nr. 111 ( 241) 241 í vinnufelagalógini viðgerð ummæli metingarfólksins av samanleggingarætlanum Eftir uppskotinum verður 241 orðað av nýggjum. Tað gongur fram av vinnufelagalógarinnar 241, stk. 1, 1. pkt., at eitt metingarfólk í útgangsstøði skal ummæla samanleggingarætlanina, heruppií eisini viðurgjaldið. Henda áseting, sum frammanundan var ásett í áðurgaldandi partafelagslóg 134 c, stk. 1, og sum eisini var galdandi fyri smápartafeløg, sbr. áðurgaldandi áseting í 65 í smápartafelagalógini, heldur sostatt fram í 241, stk. 1, 1. pkt. Eingin materiel broyting var ætlað við vinnufelagslógini. Í galdandi lóggávu eru einstøk undantøk frá kravinum um viðurgjaldsummæli, og skotið verður upp at lata hesi undantøk halda fram við broyttu orðingini í stk. 1. Í eini loddrættari samanlegging, har framhaldandi felagið eigur allar kapitalpartarnar í uppathaldandi felagnum, verður viðurgjaldsummælið sostatt ikki kravt. Tað er einans í sambandi við loddrættar samanleggingar, at viðurgjaldsummælið ikki verður kravt. Við øvutari loddrættari samanlegging, har uppathaldandi felagið eigur allar kapitalpartarnar í framhaldandi felagnum/móttakandi feløgunum, skal gerast ein viðurgjaldsváttan. Í hesum sambandi skal nevnast, at tað vinnufelagsrættarliga eingin forðingin er fyri, at viðurgjaldið verður ásett til t.d. 0 kr. Vinnufelagarættarliga er hetta eisini eitt viðurgjald. Tað er í hesum føri, eins og í øllum øðrum førum, metingarfólkið, ið skal meta um, hvørt viðurgjaldið fyri ítøkiligu transaktiónina er rímiligt og sakliga grundað. Við vinnufelagalógini gjørdist tað møguligt at velja frá samanleggingarætlan í samanleggingum, har einans smápartafeløg luttaka. Verandi orðing í 241, stk. 1, 1. pkt., hevur givið høvi til iva um, hvat ummælið metingarfólksins skal innihalda, um talan er um eina samanlegging, har samanleggingarætlanin er vald frá, sbr. 237, stk. 2. Skotið verður tí upp, at nágreina í 241, stk. 1, at er talan um samanlegging, har samanleggingarætlanin er vald frá, skal metingarfólkið lata eitt skrivligt ummæli um ætlaðu samanleggingina, heruppií eisini um viðurgjaldið, sbr. tað, sum verður skotið upp í 2. pkt. Skotið verður upp, at verandi áseting í stk. 1, 3. pkt., heldur fram óbroytt, soleiðis at kapitaleigararnir í semju kunnu avgera, at eitt ummæli frá einum metingarfólki um ætlaðu samanleggingina, heruppií eisini um viðurgjaldið, ikki skal gerast, hóast at hetta annars kundi verið kravt. Skotið verður upp, at ásetingin kann nýtast uttan mun til, um ein samanleggingarætlan er gjørd ella ikki, um allir kapitaleigarar í øllum luttakandi feløgum, sum halda fram, semjast 112/159

113 um tað. Møguleikin fyri í semju at velja frá ummælið frá metingarfólkinum er galdandi uttan mun til, um partafeløg og/ella smápartafeløg luttaka í samanleggingini. Broytingin í vinnufelagslógarinnar 241, stk. 1, 2. pkt., ið verður broytt til 3. pkt., er sostatt ein avleiðing av, av 2. pkt. verður sett inn í 241, stk. 1. Skotið verður upp, at tað framvegis ikki verða sett formlig krøv til samtykkið kapitaleigaranna. Avgerðin um, hvussu samtykkið skal gevast, verður sostatt latin ítøkiliga felagnum at meta um og avgera. Viðmerkjast skal harumframt, at tað ikki í mun til uppskotna stk. 1 verða sett serlig innihaldslig krøv til ummælið metingarfólksins, og at innihaldið í ummæli metingarfólksins er allýst í galdandi 241, stk. 4. Talan er um eina lógartøkniliga broyting. Uppskotið broytir ikki rættarstøðuna. Til nr. 112 (yvirskriftin til 242) Broytingin av orðingini av yvirskriftini til 242 er ein redaktionell broyting Til nr. 113 ( 242) 242 í vinnufelagalógini regulerar ger av váttan frá metingarfólki um støðu kravánaranna í sambandi við eina samanlegging. Eftir uppskotinum verður áseingin orðað av nýggjum. Verandi orðing av 242, 1. pkt., kann skapa iva, tá eitt ella fleiri av luttakandi feløgunum eru í trongstøðu. Eftir verandi orðing av 242, 1. pkt., skal metingarfólki meta um, hvørt kravánararnir eru nóg væl tryggjaðir eftir samanleggingina. Tað framgongur av forarbeiðunum til ásetingina, at metingarfólki skla gera sína meting í mun til verandi støðu kravánaranna, t.v.s. at metingarfólki skal meta um, hvørt samanleggingin hevcur við sær, at kravánararnir fáa eina verri støðu enn teirra verandi støða. Fyri at gera rættarstøðuna greiðari verður skotið upp, at 242, 1. pkt., verður broytt soleiðis, at tað gongur fram av ásetingini, at metingin skal gerasg út frá verandi støðu kravánaranna. Í 242, 2. pkt., verður ummæli broytt til váttan. Uppskotið hevur ikki materielar broytingar við sær. Til nr. 114 ( 243, stk. 1, pkt. 1) 243 í vinnufelagalógini snýr seg um møguleikarnar hjá kravánarum at fráboða krøv síni Tað gongur fram av 243, stk. 1, pkt. 1, at koma metingarfólkini í váttan síni um støðuna hjá kravánarum til ta niðurstøðu, at kravánararnir í einstaka kapitalfelagnum ikki eru tryggjaðir nóg væl eftir samanleggingina, kunnu kravánarar hesum feløgunum fráboða síni 113/159

114 fíggjarkrøv. Sama er galdandi, um váttan frá metingarfólki um støðuna hjá kravánarunum er vald frá. Eftir galdandi reglum kunnu kravánararnir fráboða síni krøv í seinasta lagi 4 vikur eftir, at avgerð um samanlegging er tikin í øllum verandi kapitalfeløgum, sum luttaka í samanleggingini. Eftir galdandi reglum hava hava kravánararnar sostatt í minsta lagi 8 vikur at fráboða síni krøv við tað, at tað gonur fram av 245, stk. 1, í vinnufelagalógini, at hava kravánararnar rætt at fráboða síni krøv eftir 243, skal tað vera í minsta lagi 4 vikur ímillum at Skráseting Føroya hevur almannakunngjørt móttøkuna av ætlaðu samanlegingini og avgerðina um at fremja samanleginginga Vinnufelagalógi hevði við sær, at í sambandi við kaptallækkanir til útgjald til kapitaleigarar og til avsetan til serligan tiltakspening hava kravánararnir 4 vikur at fráboða krøv síni, meðan freistin eftir gomlu partafelagslógini og smápartafelagslógini var 3 mánaðir. Styttingin av tíðarskeiðinu, har kravánararnir kunnu fráboða síni krøv, hevur í praksis ikki havt trupulleikar við sær. Skotið verður tí upp, at 243, stk. 1, 1. pkt. verður broytt soleiðis,, at tað tíðarskeiðið, har kravánararnir kunnu fráboða krøv síni verður broytt til 4 vikur eftir almannakunngerðing Skráseting Føroya av móttøkuni av upplýsingum um ætlaðu samanleggingina. Til nr. 115 ( 243, stk. 6) Hava kravánararnir rætt at fráboða krøv síni eftir 243, st. 1, kann fráboðanin um fremjanina av samanleggingini, sbr. 251, í fyrsta lagi verða skrásett, tá freistin hjá kravánarunum at fráboða krøv síni er farin. Uppskotið til broyting av 243, stk. 1, hevur við sær, at tað ikki lngur er brúk fyri 243, stk. 6, sum tí eftir uppskotinum verður strikað. Til nr. 116 (yvirskriftin áðrenn 244) Yvirskriftin til 244 upplýsir, at ásetingin snýr seg um at lata inn samanleggingarætlan og ummæli metingarfólksins um støðuna hjá kravánarunum Vinnufelagalógin hevði við sær, at tað undir ávísum treytum varð gjørt møguligt at velja frá at gera m.a. samanleggingarætlan og/ella váttan frá metingarfólki. Hetta hevur avleiðingar fyri, hvørji skjøl latast inn til Skráseting Føroya. Skotið verður upp, at tað í yvirskriftini verður gjørt greitt, at tað ikki altíð er krav um innlatan av upplýsingum til Skráseting Føroya um ætlaðu samanleggingina, heruppií møgulig samanleggingarætlan og møgulig váttan frá metingarfólki um støðu kravánaranna. Til nr. 117 ( 244) Ásetingin í 244 regulerar innlatan av samanleggingarætlan og ummæli metingarfólksins um støðu kravánaranna. 114/159

115 Vinnufelagalógin hevði við sær, at tað undir ávísum treytum varð gjørt møguligt at velja frá at gera m.a. samanleggingarætlan og/ella váttan frá metingarfólki. Hetta hevur avleiðingar fyri, hvørji skjøl skulu latast inn til Skráseting Føroya. Verandi orðing av 244 kann skapa iva um, hvat er galdandi vivíkjandi um innlatan av skjølum til Skráseting Føroya. Skotið verður tí upp, at 244 verður orðað av nýggjum fyri at gera greiðari hvat galdandi er, alt eftir um samanleggingarætlan og váttan frá metingarfólki er gjørd ella vald frá. 244, stk. 1-4, í uppskotinum snýr seg um innlatan av skjølum o.a. til Skráseting Føroya, meðan stk. 5 viðvíkur almannakunngerðing Skráseting Føroya av móttøkuni av hesum. Í stk. 6 verður skotið upp, at seta inn heimild til, at Skráseting Føroya kann áseta nærri reglur um almannakunngerðin av samanleggingar- og kloyvingarætlanum. Eftir heimildini er møguleiki fyri at áseta reglur um, at feløgini kunnu almannakunngera samanleggingar- og kloyvingarætlanir á teirra egnu heimsíðu ella á aðrari hóskandi heimasíðu. Verður almannakunngjørt á aðrari heimasíðu enn heimasíðu Skráseting Føroya, skal dagfestingin fyri almannakunngerðing av samanleggingarætlanini og ein referenca (ein leinkja), sum gevur atgongd til viðkomandi heimasíðu, almannakunngerast í kt- skipan Skráseting Føroya. Verður heimildin nýtt, er tað ein nýggjur møguleiki hjá einum kapitalfelagið at almannakunngera eina samanleggingar- ella kloyvingarætlan á felagsins egnu heimasíðu ella møguliga á aðrari hóskandi heimasíðu. Í mun til í dag er hetta nýtt, tí í dag skulu allar samanleggingar- og klovyingarætlanir almannakunngerast í kt- skipan Skráseting Føroya. Talan er einans um redaktionellar broytingar viðvíkjandi 244, stk. 1-5, sum einans hevur til endamál at gera rættarstøðuna greiðari, meðan ein møgulig nýtsla av heimildini, sum skotin er upp í stk. 6, hevur við sær materiellar broytingar í mun til í dag. Til nr. 118 ( 245) 245 í vinnufelagalógini snýr seg um fremjanina av eini samanlegging. Ásetingin svarar í stóran mun til 134 e í gomlu partafelagslógini og 65 í gomlu smápartafelgslógini, sum m.a. vísir til 134 e í partafelagslógin. Tað er tó gjørdar ávísar broytingar við 245 í vinnufelagalógini Ein samanlegging er eyðkend við, at tað í byrjunarstøðu er talan um eina tilgongd, sum skal skrásetast og almannakunngerast tvær ferðir. Fyrst skal Skráseting Føroya almannakunngera upplýsingar um ta ætlaðu samanleggingina. Síðani kann tað takast avgerð um at fremja ætlaðu samanleggingina, sum síðani skal skrásetast og almannakunngerast í kt- skipan Skráseting Føroya, um tað verður tikin avgerð um at fremja samanleggingina, sbr. 244, stk. 5, og 245, stk. 1 og 2, í uppskotinum. Kravið um at tað skal vera 4 vikur frá tí at Skráseting Føroya almannakunngerð fráboðanina um ta ætlaðu samanleggingina, og til tað kann takast avgerð um at fremja samanleggingina, skal tryggja, at kapitaleigararnir fáa rímiliga varning til at reagera í mun til ætlaðu dispositiónina. Í nøkrum førum kann ger av samanleggingarætlan veljast frá, og tað verður tí í stk. 1 nágreinað, soleiðis at tað framgongur greitt, at tað í fyrsta lagi kann takast avgerð um at 115/159

116 fremja samnaleggingina 4 vikur eftir, at Skráseting Føroya hevur almnnakunngjørt móttøkuna av upplýsingum um ætlaðu samanleggingini. Eftir galdandi 245, stk. 2, er tað í samanleggingum, har tað einans luttaka smápartafeløg, møguligt at víkja frá 4- viku tíðarskeiðinum í stk. 1, t.v.s. at avgerð um at fremja samanleggingina kann takast áðrenn freistin uppá tær 4 vikurnar er úti, sum í byrjunarstøðu skal vera ímillum almannakunngeringina av móttøkuni av upplýsingum um ætlaðu samanleggingina og avgerðina um at fremja samanleggingina. Frávik treytar tó, at tað er gjørd ein váttan frá metingarfólki um støðu kravánaranna, og at niðurstøðan er, at kravánararnir eru nóg væl tryggjaðir eftir samanleggingina Verandi 245, stk. 2, heldur eftir uppskotinum fram tó soleiðis, at tað verður gjørt greiðari, at Skráseting Føroya skal hava almannakunngjørt fráboðan um ta ætlaðu samanleggingina, áðrenn avgerð kann takast um at víkja 4- viku freistini. Við vinnufelagalógini gjørdis møguligt, har tað bert luttaka smápartafeløg, at velja frá, at gera samanleggingarætlan, sbr. 237, stk. 2. Har smápartaeigararnir í semju hava avgjørt at velja frá, at gera samanleggingarætlan, og har tað er gørd váttan frá metingarfólki um støðu kravánaranna, sbr. 242, har metingarfólkið hevur gjørt ta niðiurstøðu, at kravánararnir eru nóg væl trtyggjarðir eftir samanleggingina, er tað eftir praksis møguligt at fremja samanleggingina bert við einari skráseting ein sonevnd alt fyri eitt samanlegging. Ein alt fyri eitt samanlegging er eyðkend við, at tað ikki er krav um, at Skráseting Føroya skal hava almannakunngjørt fráboðan um ta ætlaðu samanleggingina, áðrenn tað kann takast avgerð um at fremja ætlaðu samanleggingina. Í hesum førum er sostatt møguligt at byrja við at taka avgerð um at fremja samanleggingina, og síðani fráboða femjanina av samanleggingini til Skráseting Føroya. Váttan metingarfólksins um støðu kravánaranna skal leggjast við fráboðanini saman við øðrum møguligum skjølum, sum eru gjørd. Bakstøðið fyri tí einfaldari mannagongdini í sambandi við alt fyri eitt samanleggingar er, at um tað er valt frá at gera samanleggingarætlan, eru eingir upplýsingar at almannkunngera við atliti at kravánarunum í felagnum, og um tað gjørd váttan frá metingarfólki, har tað verður mett, at støða kravánaranna er nóg væl tryggjað, er heldur ikki í hesum førum verða serlig atlit at taka til kravánararnar, tí kravánararnir í hesum førum ikki hava møguleika at fráboða síni krøv. Skotið verður upp, at 245 verður broytt soleiðis, at møguleikin at fremja alt fyri eitt samanleggingar verður gjørdur greiðari í lógartekstinum, og at treytirnar fyri at fremja ein slíka alt fyri eitt samanlegging verða skrivaðar inn í lógartekstin, sbr. nýggja stk. 3. Í sambandi við samanleggingar er krav um í galdandi stk. 3, at um tað uppathaldandi kapitalfelagið hevur endað eitt roknskaparár, og aðalfundurin ikki enn hevur góðkent ársfrásøgnina fyri hetta endaða roknskapartíðarskeið, skal aðalfundurin góðkenna ársfrásøgnina fyri hetta roknskapartíðarskeið í seinasta lagi samstundis, sum avgjørt er at fremja samanleggingina. Skotið verður upp í nýggjum stk. 4 at nágreina, at ásetingin bert fevnir um tey roknskapartíðarskeið, sum eru endað, áðrenn samanleggingin hevur fingið roknskaparligan virknað. Roknskaparliga virkanin er sostatt, tá rættindi og skyldur hjá uppathaldandi kapitalfelagnum roknskaparliga verða mett at vera farin yvir til framhaldandi kapitalfelagið, 116/159

117 og uppathaldandi felagið má sostatt ikki lata lata ársfrásøgn fyri eitt tíðarsskeið, sum liggur eftir, at samaleggingin hevur fingið roknakaparligan virknað. Í stk. 5, sum er óbroytt framhald av galdandi stk. 4, verður skotið upp, at teir kravánarar, sum biðja um tað, skulu upplýsast um, nær avgerð ewr tkin um at fremja smanleggingina. Í stk. 6, sum er óbroytt framhald av galdandi stk. 5, verður skotið upp, at avgerðin um samanleggingina skal vera í samsvari við ta almannakunngjørdu samanleggingarætlanina, um tað er gjørd ein slík Hetta er gundað við, at eigararnir av og kravánarir hjá teimum luttakandi feløgunum skulu kunna disponera í álitið á ta almannakungjørdu ætlanina. Í stk. 7 í uppskotinum er áset hvørji skjøl, um tey eru gjørd, skul vera tøk hjá kapitaleigarunum. Stk. 7 í uppskotinum er framhald av galdandi 245, stk. 6, við einstøkum redaktionellum broytingum. Stk. 8 í uppskotinum er framhald av galdandi stk. 7, um at kapitaleigarar, sum biðja um tað, uttan gjald skulu hava atgongd til tey skjøl, sum eru nevnd í stk. 7. Tað kann t.d. vera um eina heimasíðu ella á skrivstovu felagsins. Nýggja orðingin av 245 er av redaktionellum slag, og hevur ikki materiellar broytingar við sær. Til nr. 119 ( 246, stk. 3 og 247, stk. 2) 246, stk. 3, og 247, stk. 2, viðvíkja avgerðini um at fremja samanleggingina í ávikvaist í uppathaldandi felagnum og í framhaldandi felagnum. Ásetingarnar nevna samanleggingarætlanini. Tað er rættari at vísa til ætlaðu samanleggingina við tað, at hetta fevnir um bæði tey føri, har tað er gjørd samanleggingarætlan, og tey føri, har samanleggingarætlan er vald frá. Skotið verður tí upp, at í 246, stk. 3, og 247, stk. 2, verður samanleggingarætlan broytt til: upplýsingar um ætlaðu samanleggingina, heruppií eina møguliga samanlegginarætlan. Talaan er um redaktionella broyting, sum ikki hevur við sær materiellar broytingar. Til nr. 120 ( 247, stk. 1) Vinnufelagalógarinnar 247, stk. 1, snýr seg um, hvør kann taka avgerð um at fremja eina samanlegging í framhaldandi felagnum. Tað gongur fram av 246, stk. 1, at er eitt felag undir undir likvidatión tað uppathaldandi felagið, kann avgerð um at leggja saman bert verða tikin, um útlutan til kapitaleigararnar ikki er byrjað, og um aðalfundurin samstundis tekur avgerð um at slíta likvidatiónina. Tað er ikki krav um, at reglurnar í 231 um uppafturtøku verða nýttar, sum hevur samanhang við, at sum liður í samanleggingini heldur felagið uppat. Vinnufelagalógin hevur ikki eina samsvarandi staðiliga áseting um, hvat galdandi er, um tað framhaldandi felagið er undir likvidatión. Skotið verður upp, at tað verður nágreinað í 247, 117/159

118 stk. 1, at er framhaldandi felagið undir likvidatión, er tað eins og fyri uppathaldandi feløg krav um, at tað bert kann takast avgerð í hesum felagnum um samanleggingina, um útlutan til kapitaleigararnar ikki er byrjað. Tá framhaldandi felagið, skal halda fram eftir samanleggingina, verður skotið upp, at tað verður sett krav um, at aðalfundurin samstundis tekur avgerð um uppafturtøku av felagnum, og at vanligu reglurnar um uppafturtøku skulu verða nýttar, sbr Hetta er í samsvari við praksis, og fyri at skapa meira greidleika verður mett hóskandi, at settu krøvini, ganga staðiliga fram av lógini. Talan er um kodifisering av galdandi rætti, og uppskotið hevur sostatt ikki materiellar avleiðingar við sær. Til nr. 121 ( 248 nýtt stk. 2) 248, stk. 1, ásetur, at høvuðsleiðslan í framhaldandi kapitalfeløgum, ið luttaka í samanleggingini, skal á møguligum aðalfundi, har avgerð um fremjan av samanlegging verður tikin, upplýsa um hendingar av serligum týdningi, heruppií týðandi broytingar í ognum og skyldum, sum eru íkomnar í tíðini millum undirskrivingina av samanleggingarætlanini og aðalfundin. Eftir vinnufelagalógini er tað møguligt í ávísum førum at velja, at samanleggingarætlan ikki skal gerast. Sum 248, stk. 1, í vinnufelagalógini er orðað er ikki lagt upp fyri tey føri, har møguleikin at frávelja samanleggingarætlan er nýttur, sbr. 237, stk. 2. Endamálið við 248, stk. 1, er, at kapitaleigararnir á aðalfundinum kunnu taka avgerð á upplsýstum grundarlagi Skotið verður tí upp, at tað eftir 248, stk. 1, verður sett eitt nýtt stk. 2, sum snýr seg um tey føri, har samanleggingarætlan er vald frá. Skotið verður upp, at í eini samanlegging, har gerð av samanleggingarætlan er vald frá, sbr. 237, stk. 2, skulu høvuðsleiðslurnar upplýsa um hendingar av týðandi týdningi, heruppií týðandi broytingar í aktivum og skyldum, sum eru farnar fram í tíðini millum fíggjarjavnadagin í ársfrásøgnini, sum felagið seinast hevur latið, og aðalfundin. Uppskotið broytir ikki verandi rættarstøðu. Til nr. 122 ( 248, stk. 2, sum verður stk. 3) Vinnufelagalógarinnar 248, stk. 2, sum eftir uppskotinum verður stk. 3, ásetur, at um talan er um eina samanlegging, har tað bert luttaka smápartafeløg, har smáparteigararnir í semju kunnu avgera, at samanleggingarætlan ikki skal gerast, skal tað í sambandi við avgerðina um at fremja samanleggingina takast støða til eina røð av grundleggjandi krøvum um samanleggingina, heruppií viðurlagið til smápartaeigararnar í ínnskjótandi felagnum, og nær samanleggingin skal hava roknskaparligan virkna. Av 337, stk. 3, gongur fram, at tað bert eru til innihaldslig krøv til samanleggingarætlanina, um talan um samanleggingar, har partafeløg luttaka. Er tala um samanleggingar, har bert 118/159

119 smápartafeløg luttaka einas, eru ikki krøv til innihaldið í einari møguligari samanleggingarætlan. Tað hevur stóran týdning, at tað annaðhvørt í sambandi við samanleggingarætlanina ella í sambandi við fremjanina av samanleggingini verður tikin støða til nøkur grundleggjandi viðurskifti. Skotið verður tí upp, at 248, stk. 2, sum verður stk. 3, verður orðað av nýggjum soleiðis, at krøvini til innihaldið í avgerðini um at fremja samanleggingina eru galdandi í teimum førum, har samanleggingarætlanin er vald frá eftir 237, stk. 2, men eisini har tað er gjørd ein samanleggingarætlan, men har hendan ikki inniheldur tær grundleggjandi upplýsingar, sum nevndar eru í ásetingini. Tað er ikki skotið upp at gera broytingar í teimum grundleggjandi viðurskiftunum, sum støða skal takast til í sambandi við fremjanina. Skotið verður upp í 248, stk. 3, nr. 1-5, at tey viðurskifti, sum eru nevnd í galdandi áseting í 248, stk. 2, og sum tað sum tað í minsta lagi skal takst støða til, halda fram óbroytt. Tað snýr seg um hesi viðurskiftini: 1. Navn á smápartafeløgunum og møgulig hjánøvn, heruppií um navnið ella hjánavnið á einum uppathaldandi felagið sum navn ella hjánavn skal vera í hjá tí framhaldandi felagnum. 2. Viðurlagið fyri smápartarnar í einum uppathaldandi felagið. 3. Tíðina tá smápartarnir, sum møguliga verða veittir sum viðurlag, geva rætt til útbýti. 4. Tíðina tá rættindi og skyldur hjá einum uppathaldandi felagið roknskaparliga skulu metast at vera farnar yvir. 5. Viðtøkur, sbr. 28 og 29, um tað við samanleggingini verðua skapt eitt nýtt smápartafelag. Talan er um redaktionellar broytingar, sum ikki broytir rættarstøðuna. Til nr. 123 ( 248, stk. 3, sum verður stk. 4) Hendan boytingin í uppskotinum verður framd, tí tilvísingin í 248, stk. 3, til stk. 2 í ásetingini skal broytast orsakað av, at skotið verður upp, at seta nýtt stk. 2, og tað galdandi stk. 2 verður tí stk. 3. Til nr. 124 ( 249, stk. 3) Vinnufelagalógarinnar 249, stk. 3, ásetur, nær ein samanlegging kann verða skrásett, um kapitaleigararnir á aðlfundinum, har tað verður tikin avgerð um at fremja samanleggingina, hava tikið fyrivarni um, at viðurlagið er rímiliga og sakliga grundað. Hetta er galdandi uttan so, at metingarfólkini í ummæli sínum av ætlanini, heruppií viðurgjaldinum, sbr. 241, koma til ta niðurstøðu, at viðurgjaldið fyri kapitalpartarnar í uppathaldandi kapitalfeløgunum er rímiliga og sakliga grundað. Ásetingin nevnir ætlainini. Rættari er at vísa til ætlaðu samanleggingini við tað, at hettar dekkar bæði tey føri, har tað er gjørd samanleggingarætlan, og tey føri, har samanleggingarætlanin er vald frá. Talan er bert um redaktionella broyting orsakað av, at ger av samanleggingarætlan kann veljast frá, har einans smápartafeløg luttaka. Uppskotið broytir ikki rættarstøðuna. Til nr. 125 ( 250) Vinnufelagalógarunnar 250 ásetur, nær ein samalegging fær rættarvirkna. 119/159

120 Skotið verður upp í stk. 1, nr. 1, sum er framhald av galdandi 250, stk. 1, nr. 1, at samanleggingin í byrjunarstøðu fær rættarvirkna tá samanleggingin er avgjørd í øllum teimum verandi feløgunum, sum luttaka í samanleggingini uttan mun til, um avgerðin verður tikin av høvuðsleiðsluni ella av aðalfundinum. Samanleggingin skal fáa rættarvirknaðir í øllum luttakandi feløgunum samstundis. Skotið verður upp í stk. 1, nr. 2, at galdandi áseting í 250, stk. 1, nr. 2, heldur fram. Við atlitið at kravánarunum og kapitaleigarunum verður skotið upp, at samanleggingin ikki kann fáa rættarvirknaðir fyrr ernn krøv hjá kravánarunum, ið eru fráboðað eftir 243, eru avgjørd, og at krøv frá kapitaleigarunum í uppathaldandi feløgunum eftir 249 eisini eru avgjørd, sbr. stk. 1, nr. 2 og 3 í uppskotinum, sum er framhald av galdandi 250, stk. 1, nr. 2 og 3. Sostat verður framvegis møguligt at fremja eina samanelgging uttan mun til, at krøv eru sett fram eftir 249 um viðurlagið. Byrjunarstøððið er tó framvegins, at samanleggingin fyrst fær gildi, tá sakarmálið eftir 249 er avgjørt. Samanleggingin kann tó fremjast hóast sakarmálið, um tær tvær treytirnar, sum nevndar eru í stk. 1, nr. 3, eru loknar. Skotið verður upp í stk. 3, sum er framhald av galdandi stk. 1, at broyta ummæli um samanleggingina til ummæli um ætlaðu samanleggingina, fyri at gera tað greiðari, at ásetingin er galdandi uttan mun til, um tað er gjørd ein samanleggingarætlan, ella um ger av hesari er vald frá. Verður eitt nýtt kapitalfelag skapað við samanleggingini, og verða høvuðsleiðsla og grannskoðari ikki vald beint eftir, at aðalfundurin hevur samtykt at fremja samanleggingina, fær samanleggingin tó fyrst rættarvirknaðir, tá tað nýggja felagið hevur havt aðalfund til val av leiðslu og grannskoðara, sbr. stk. 1, nr. 4 í uppskotinum. Ásetingin er framhald av galdandi 250, stk. 1, nr. 4, tó nágreinað soleiðis, at tilvísingin til stk. 5, sum í uppskotinum heldur fram sum stk. 6, um val av leiðslu og møguligum grannskoðara, snýr seg um val av limum til evstu leiðsluna og møguligum grannskoðara, so tað verður samanhangur millum orðingina av ásetingunum. Viðvíkjandi eftirfylgjandi val av leiðslu og grannskoðara verður víst til viðmerkingarnar til stk. 6 niðanfyri. Fyri feløg, sum hava valt ein leiðslumyndil, har tað umframt nevnd ella eftirlitsráð eisini skal verða sett ein stjórn, gongur tað ikki greitt fram av galdandi 250, stk. 1, at stjórnin skal verða vals, áðrenn samanleggingin kann fáa rættarvirknaðir. Skotið verður tí upp í stk. 5 át nágreina, at er talan um eitt felag við einum leiðslumyndli, har evsta leisðlan er in nevnd ella eftirlitsráð, og har tað tí er krav um, at nevndin ella eftirlitsráðið setur eina nevnd, sbr. 111, stk. 1, so skal stjórnin verða vald, áðrenn samanleggingin kann fáa rættarvirknaðir. Vinnufelagalógin hevði m.a. við sær, at tað gjørdist møguligt at stovna feløg við virkan fram í tíð. Í sambandi við innskoti av øðrum virðum enn reiðum peningi kann stovnanin fáa virkna 2 vikur eftir stovnanina, t.v.s. dagfestingina fyri umndirskrivingina av stovningarskjalinum, tó ikki seinni enn skrásetingina av stovnanina ella fráboðan til skrásetingar. Vinnufelagalógin inniheldur ikki eina staðiliga áseting um, at tað er møguligt at gera eina samanlegging við virknaði fram í tíð soleiðis, at rættarvirknaðirnir av samanleggingini fyrst byrja upp til 2 vikur eftir avgerðina í luttakandi feløgunum um at fremja samanleggingina. Ein stovnan kann á nøkrum punktum javnsetast við eina stovnan við innskotið av øðrum virðum enn reiðum peningi. Eftir praksis hevur tað verið góðkent, at avgerð kann takast um, 120/159

121 at ein samanlegging kann hava roknskaparligan virknað, eftir avgerðina um at fremja samanleggingina. Orsakað av reglunum í vinnufelagalógini um stovnan fram í tíð verður eftir praksis kravt, at roknskaparligi virknaðurin kann ikki taka við seinni enn 2 vikur eftir avgerðina um fremja samanleggingina, tó ikki eftir, at samanleggingin er skrásett ella fráboðað til skrásetingar. Fyri at skapa greidleika um galdandi reglur verður skotið upp, at tað verður sett ein nýggj áseting í stk. 2, um samanleggingar við virknaði fram í tíð. Í 250, stk. 2, 1. pkt., í uppskotinum verður skotið upp, at roknskaparligi virknaðurin kann ikki taka við seinni enn 2 vikur eftir avgerðina um fremja samanleggingina, tó ikki eftir, at samanleggingin er skrásett ella fráboðað til skrásetingar. Við samanleggingar við virknaði fram í tíð er løtan, tá samanleggingin fær rættarligan virkna og løtan, tá samanleggingin fær roknskaparligan virkna, samanfallandi. Í stk. 2, 3. pkt., verður skotið upp, at er talan um eina samanlegging við virknaði aftaná avgerðina um at fremja samanleggingin, er tað harumframtr eitt krav, at bæði roknskaparligi virknaðurin og avgerðin um at fremja samanleggingina skul ávikavist fáa virknað og verða tikin í sama roknskaparári. Um samanleggingin fær roknskarligan virkna, eftir avgerðina í luttakandi feløgunum um at fremja samanleggingina, verður vinnufelagarættarligi virknaðurin av samanleggingini útskotin samsvarandi. Tað gongur fram av stk. 3 í uppskotinum, sum er framhald av galdandi 250, stk. 2, tó við teirri minni broyting, at løtan, tá samaleggingin fær gildi hevur við sær, at ognir og skyldur hjá uppathaldandi felagnum frá teirri løtu verða metta at vera farin yvir til framhaldandi felagið. Kapitaleigararnir í uppathaldandi felagnum, verða frá hesi løtu samstundis eigarar í framhaldandi felagnum. Skotið verður upp, at galdandi 250, stk. 2, heldur fram sum stk. 3, tó við eini minni broyting orsakað av, at treytirnar í stk. 1 og 2 í uppskotinum báðar skulu verða loknar. Í sambandi við samanleggingar er galdandi eitt alment bann fyri, at veita viðurlag fyri kapitalartarnar í uppathaldandi feløgum, um tey eru ogn hjá feløgum, sum luttaka í samanleggingini. Orsøkin er, at eitt slíkt viðurlag í praksis merkir, at tað framhaldandi felagið sum kapitaleigari í uppathaldandi feløgunum móttekur viðurlag fyri ognir, sum tað eigur frammanundan. Skotið verður upp í stk. 4, 1. pkt., sum er framhald av galdandi stk. 3, verður orðað sum eitt alment bann fyri, at viðurgjald kann veitast fyri kapitalpartar í einum uppathaldandi kapitalfelag, sum er ogn hjá kapitalfeløgunum, sum leggja saman. 31 og 153, stk. 2 verða at nýta samsvarandi við samanlegging. Bæði í sambandi við stovnan, sbr. 31, og í sambandi við kapitalhækk, sbr. 152, stk. 2, er tað eitt grundleggjandi krav, at kapitalpartar kunnu ikki teknast við fyrivarni ella til undirkurs. Atlitið aftanfyri hesi grundleggjandi krøv er vernd av felagsins áognarum. Skotið verður upp, at hettta verður nágreinað í stk. 4, 2. pkt. 121/159

122 Skotið verður upp, at galdandi stk. 4, heldur fram sum stk. 5. Skotið verður upp, at tað heldur fram, at kapittul 3 um stovnan, kapittul 10 um at hækka kapitalin og kapittul 14 um at avtaka kapitalfelagið, verða ikki at nýta í sambandi við eina samanlegging uttan so, at annað skilst av ásetingunum um samanlegging, sbr Eftir uppskotinum heldur galdandi stk. 5 fram sum stk. 6. Eftir uppskotinum um nýggja orðing av 250 heldur galdandi 250 fram við nøkrum nágreiningum. Talan er um redaktioenllar broytingar, sum ikki broyta rættarstøðuna. Til nr. 126 ( 251, stk. 1 og 2) Vinnufelagalógarinnar 251, stk. 1 og 2, áseta, nær ein samanlegging, sum tað er tikin avgerð um at fremja, skal skrásetast ella fráboðst til skrásetingar í skrá Skráseting Føroya. Skotið verður upp, at 251, stk. 1 og 2, verður orðað av nýggjum soleiðis, at tað verður lagt upp fyri, at tað ikki altíð er er gørd ein samanleggingarætlan í sambandi við eina ætlaðað samalegging við tað, at samanleggingarætlanin kann verða vald frá, har tað einans luttaka smápartafeløg, sbr. 237, stk. 2. Talan er um redaktionella broyting, sum ikki broytir rættarstøðuna. Til nr. 127 ( 252) Skotið verður upp, at tað í sambandi við loddrættar samanleggingar ikki longur verður kravt, at ein samanleggingarfrágreiðing skal gerast. Frameftir skal frágreiðingin sostatt hvørki gerast í samanleggingum av parta- ella smápartafeløgum, tá ið talan er um eina loddrætta samanlegging eftir 252, 1. pkt. í vinnufelagalógini. Til nr. 128 ( 253) Vinnufelagalógarinnar 253 snýr seg um avhendan av ognum og skyldum kapitalfelagsins í síni heild til landið ella til eina kommunu. Ásetingin vísir til m.a. 244, stk. 1, 1. og 2. pkt., og stk. 2, 1. pkt. Eftir uppskotinum verður 244 orðað av nýggjum, har stk. 1, 3. pkt., sum snýr seg um váttan frá metingarfólki, eftir uppskotinum heldur fram sum 244, stk. 3, sbr. 1, nr. 117 í uppskotinum. Harumframt verður í 253 víst til 244, stk. 2, 1. pkt., sum eftir uppskotinum verður 244, stk. 5, 1. pkt. Eisini verður skotið upp í 244, stk. 2, at í teimum førum, har ger av samanleggingarætlan er vald frá, skal hetta fráboðast Skráseting Føroya. Orsakað av hesum, skal í 253 eisini vísast til 244, stk. 2 í uppskotinum. Uppskotið um broyting av 253 er sostatt ein avleiðing av broytingini av 244, sbr. 1, nr. 117 í uppskotinum. Talan er um redaktionella broyting, sum ikki broytir rættarstøðuna. 122/159

123 Til nr. 129 ( 254, stk. 1) Vinnufelagalógarinnar 254, stk. 1, allýsir hvat skilst við eina kloyving. Tað vil siga, at eitt kapitalfelag kann takast av uttan likvidatión við avhendan av ognum og skyldum í síni heild til fleiri kapitlafeløg. Móttakandi kaptalfeløgini kunnuannahvørt vera verandi feløg, ella feløg, sum verða skapt sum liður í samanleggingini. Innskjótandi felagið skkal harafturímóti vera eitt verandi felag. Eitt nýtt felag, sum verður skapt sum liður í samanleggingini, verður ikki stovnað á vamligan hátt, og tað er t.d. ikki krav um ger av stovningarskjali. Sosatatt verður skotið upp, at 254, stk. 1, 2. Pkt. verður broytt soleiðis, at nýstovnaði parta- ella smápartafeløg verður broytt til: nýggj parta- ella smápartafeløg, sum verða skapt í sambandi við at kloyvingin verður framd. Talan er um redaktionella broyting, sum ikki broytir rættarstøðumna. Til nr. 130 ( 254, stk. 2) 254, stk. 2, í vinnufelagalógini, ásetur, at fær kravánari í einum kapitalfelag, sum hevur luttikið í kloyvingini, ikki fulnað, heftir hvørt einstakt luttakandi kapitalfelag solidariskt fyri skyldum, sum vóru ta løtu, tá kloyvingarætlanin varð almannakunngjørd, tó í mesta lagi við eini upphædd, sum samsvarar við tað tilførda ella eftirverandi nettovirðið í einstøku kapitafeløgunum hesa løtu. Selskabslovens 254, stk. 2, fastslår de deltagende kapitalselskabers hæftelsesforhold i tilfælde af, at en kreditor i et kapitalselskab, der har deltaget i spaltningen, ikke bliver fyldestgjort. Ì ásetingini er orðingin tá kloyvingarætlanin varð almannakunngjørd. Tá kloyvingarætlanin í eini kloyving, har tað bert luttaka smápartafeløg, kann veljast frá, er rættari at vísa til tá Skráseting Føroya almannakunngerð eftir 262, stk. 5, viðvíkjandi kloyvingarætlanini ella upplýsing um frával av kloyvingarætlanini. Talan er um redaktionella broyting, sum ikki broytur rættarstøðuna. Til nr. 131 ( 254, stk. 3) 254, stk. 3, í vinnufelagalógini snýr seg um sonevndar krosskloyvingar, t.e. at eitt ella fleiri av móttakandi kapitalfeløgunum í eini kloyving verða skapað sum liður í eini aðrari kloyving ella samanlegging. Við vinnuflegalógini gjørdist møguligt at velja kloyvingarætlan frá, har tað einans luttaka smápartafeløg. Í verandi orðing av 254, stk. 3, er ikki lagt upp fyri hesum. Skotið verður tí upp, at 254, stk. 3, verður broytt soleiðis, at tað gongur fram, at um talan er um eina krosskloyving, skal hetta síggjast í kloyvingarætlanini, sbr. 255, ella um so er, at kloyvingarætlanin er vald frá, síggjast av avgerðini um samtyktina av kloyvingini, sbr /159

124 Talan er um redaktionella broyting, sum ikki broytur rættarstøðuna. Til nr. 132 ( 255, stk. 2) Vinnufelagalógarinnar 255, stk. 2, snýr seg um møguleika smápartaeigaranna at í semju at velja frá kloyvingarætlan. Í 1, nr. 148, í uppskotinum verður nýtt stk. 2 sett inn í 266. Orsakað av hesum verður framd ein komsekvnesrætting í 255, stk. 2. Víst verður til viðmerkingarnar til 1, nr. 105 í uppskotinum Til nr. 133 ( 255, stk. 5 og 6) 255, stk. 5 og 6, snúgva seg um ta støðu, har partur av ognunum ikki er býttur sundur við kloyvingarætlanini, og tulkingin av hesi ikki ger tað møguligt at avgera sundurbýtið. Við vinnufelgalógini gjørdist møguligt at velja kloyvingarætlan frá, har tað einans luttaka smápartafeløg. Smápartaeigararnir kunnu eisini velja í semju at gera eina klovyingarætlan, tó eina meira anfalda ætlan við tað, at krøvini til kloyvingarætlanina eftir 255, stk. 3, bert skulu verða lokin, um partafeløg luttaka í kloyvingini. Er talan um kloyving, har einans smápartafeløg luttaka, og smápartaeigararnir í semju hava valt kloyvingrætlanina frá, skal tað í sambandi við fremjanina av kloyvingini takast samsvarandi avgerðir í verandi luttakandi feløgunum um eina røð av viðurskiftum sbrt. 266, stk. 2 og 3, sbr. 1, nr. 149 í uppskotinum. Talan er um redaktionella broyting, sum ikki broytur rættarstøðuna. Til nr. 134 ( 256) 256 i vinnufelagalógini snýr seg um ger av kloyvingarfrágreiðing. Høvuðsleiðslan í teim verandi kapitalfeløgum, sum luttaka í kloyvingini, skal gera eina skrivliga frágreiðing, har kloyvingarætlanin verður greinað og grundað. Frágreiðingin skal innihalda upplýsing um ásetanina av viðurgjaldinum fyri kapitalpartarnar í teimum innskjótandi kapitalfeløgunum, heruppií serligir trupulleikar í sambandi við ásetanina. Kapitaleigararnir kunnu tó í semju avgera, at kloyvingarfrágreiðing ikki skal gerast. Skotið verður upp, at 256 verður orðað av nýggjum. Eftir 258 í vinnufelagalógini skal gerast ein metingarfrágreiðing frá einum metingarfólki, um kapitalurin verður hækkaður í einum ella fleiri av móttakandi partafeløgunum, ella verða eitt ella fleiri nýggja partafeløg skapað sum partur av kloyvingini. Tað hevur fyrr ikki verið gjørligt at sleppa undan metingarfrágreiðingini um apportinnskot fyri partafeløg, og nágreiniliga upplýsingin um gerð av metingarfrágreiðing um apportinnskot hevur tí ikki staðið í ásetingini um, at kloyvingarfrágreiðing skal gerast. Av tí at tað eftir 1, nr. 137, í uppskotinum kann sleppast kann undan at gera metingarfrágreiðingina um apportinnskot eftir ávísum treytum, verður skotið upp, at ásetingin um kloyingarfrágreiðingina verður broytt soleiðis, at tað í kloyvingarfrágreiðingini skal upplýsast um gerð av metingarfrágreiðing, um hendan sbrt. 258 skal gerast. 124/159

125 Kapitaleigararnir hava sambært galdandi áseting møguleika fyri í semju at avgera, at kloyvingarfrágreiðingin skal ikki gerast. Av tí at samsvarandi broyting í ásetingini viðvíkjandi møguleikanum at velja frá samanleggingarfrágreiðing, sbr. 1, nr. 107 í hesum uppskoti, verður skotið upp at orða ásetingina viðvíkjandi kloyving á sama hátt. Við uppskotinum fer ásetingin sostatt at hava sama bygnað um samsvarandi ásetingin um samanleggingarfrágreiðing. Talan er um eina lógartøkniliga broyting, sum ikki broytir rættarstøðuna. Hendan broytingin hevur einans við sær, at áðurgaldandi orðing í 3. pkt. í ásetingini verður sett inn sum nýtt stk. 2, so møguleikin at velja frá klovingarfrágreiðingina gerst sjónligari. Til nr. 135 ( 257) 257 í vinnufelagslógini viðvíkur gerð av millumjavna í sambandi við eina kloyving. Ásetingin førir víðari áðurgaldandi ásetingar í ávikavist 136 b í partafelagslógini og 67 a í smápartafelagslógini. Skotið verður upp í nýggjum stk. 5, at tað í sambandi við kloyving ikki skal gerast ein millumjavni, um felagið hevur gjørt eina hálvársfrásøgn. Uppskotið til hesa áseting er tann sama sum samsvarandi ásetingin fyri hálvársfrásøgn í sambandi við samanlegging. Víst verður til viðmerkingarnar til 1, nr. 108, í uppskotinum. Umframt omanfyri nevndu broyting, verða gjørdar nakrar broytingar, sum nágreina 157 soleiðis at tað ma.a verður lagt upp fyri teimum førum, har kloyvingarætlaninin er vald frá, sum greitt verður frá niðanfyri. Tað gongur fram av 257, stk. 1, 1. pkt. í vinnufelagslógini, at um kloyvingarætlanin er undirskrivað meira enn seks mánaðir eftir, at roknskaparárið, sum seinasta ársfrásøgn kapitalfelagsins viðvíkur, er endað, skal tað fyri viðkomandi kapitalfelagið, sum luttekur í kloyvingini, gerast ein millumjavni uttan so, at undantakið í stk. 2 verður at nýta. Við vinnufelagslógini gjørdist tað tó møguligt at velja frá gerð av kloyvingarætlan í kloyvingum, har einans smápartafeløg luttaka. Tað gongur tó ikki greitt fram av 257, stk. 1, hvørt millumjavni skal gerast, um kloyvingarætlanin er vald frá. Skotið verður upp, at um kloyvingarætlanin er vald frá, er tað løtan, tá ið ætlanin varð vald frá, sum er avgerandi fyri, um millumjavni skal gerast. Skotið verður upp, at møguleikin fyri at velja frá millumjavna í stk. 2, sum eftir uppskotinum verður stk. 4, og undantakið frá kravinum um millumjavna í stk. 5 í uppskotinum, skal galda samsvarandi í teimum førum, har millumjavni viðvíkjandi ætlaðari kloyving skal gerast, og har kloyvingarætlanin er vald frá. Skotið verður harumframt upp, at krøvini til millumjavnan eru tey somu uttan mun til, um tað í ítøkiligu kloyvingini er gjørd ein kloyvingarætlan ella ikki. Við støði í hesum verður skotið upp, at sett verður inn nýtt stk. 2 um gerð av millumjavna, um kloyvingarætlanin er vald frá, sbr. 255, stk. 2. Sum úrslit av hesum verður skotið upp, at galdandi 257, stk. 1, 2. og 3. pkt. um krøvini til millumjavna verða flutt til eitt nýtt stk. 3, av tí at hesi krøv eru galdandi, bæði tá ið kloyvingarætlan er gjørd, og tá ið kloyvingarætlan er vald frá. 125/159

126 Skotið verður harumframt upp at nágreina í stk. 3, sum verður skotið upp, at millumjavnin skal gerast eftir somu reglum, sum kapitalfelagið ger ársfrásøgn eftir. Hetta er sostatt ikki avmarkað til ársroknskaparlógina. Ásetingin svarar til ætlaðu broytingina í 36, stk. 3, 2. pkt., sbr. 1, nr. 18, í hesum lógaruppskoti, og víst verður tí til hesar viðmerkingar. 257, stk. 1, 1. pkt. vísir til stk. 2, sum eftir uppskotinum verða stk. 4, og ásett verður nýtt stk. 5. Skotið verður tí upp, at 257, stk. 1, 1. pkt. verður rættað samsvarandi. Víst verður annars til 1, nr. 108, í hesum lógaruppskoti um samsvarandi broytingina í reglunum um samanleggingar. Til nr. 136 ( 258) 258 snýr seg um metingarfrágreiðing um apportinnskot Skotið verður upp, at tað skal verða møguligt, at sleppa undan at gera metingarfrágreiðing um apportinnskot. Uppskotið svarar til uppskotið um broyting av ásegingini um metingarfráfreiðing um apportinnskot í sambandi við samanleggingar. Við uppskotinum verður tað gjørligt at sleppa undan metingarfrágreiðing í sambandi við kloyving, uttan mun til, um eitt ella fleiri nýggj partafeløg koma burturúr, ella um tað fer fram ein kapitalhækkan í verandi partafeløgum, um tað í staðin verður gjørd eitt metingarmansummæli um annaðhvørt kloyvingarætlanina ella støðu kravánaranna. Víst verður til viðmerkingarnar til 1, nr. 109 í hesum uppskoti viðvíkjandi samsvarandi broytingini í reglunum um samanlegging í vinnufelagalógini. Sum avleiðing av broytingini verða stk. 2 og 3 rættað til stk. 3 og 4. Til nr. 137 (yvirskriftin áðrenn 259) Yvirskriftin til 259 upplýsir, at ásetingin snýr seg um ummæli metingarfólksins av kloyvingarætlanini Uppskotið um at broyta yvirskriftina hevur samanhang við uppskotið um at seta nýtt stk. 2 í 259, har tað verður gjørt greiðari, at ein ætlað kloyving bæði fevnir um tey føri, har kloyvingarætlanin er gjørd og tey føri, har kloyvingarætlanin er vald frá. Talan er um redaktionellabroyting. Til nr. 138 ( 259) 259 viðvíkur ummæli metingarfólksins av kloyvingarætlanini. Ásett er í 259, stk. 1, at eitt metingarfólk í útgangsstøði skal ummæla kloyvingarætlanina, heruppií eisini viðurgjaldið. 126/159

127 Við vinnufelagslógini gjørdist tað tó møguligt at velja frá gerð av kloyvingarætlan í kloyvingum, har einans smápartafaløg luttaka. Galdandi orðing í 259, stk. 1 hevur givið høvi til iva um, hvat ummælið skal innihalda, um talan er um eina kloyving, har kloyvingarætlanin er vald frá, sbr. 255, stk. 2. Skotið verður upp at nágreina í 259, stk. 1, at er talan um eina kloyving, har kloyvingarætlanin er vald frá, skal metingarfólkið lata eitt skrivligt ummæli av ætlaðu kloyvingini, undir hesum eisini av viðurgjaldinum, sbr. nýggja 2. pkt., sum verður skotið upp. Møguleikin fyri at velja frá ummæli frá metingarfólki og tey føri, har ummælið ikki verður kravt, verða ikki ávirkað av ætlaðu broytingini. Talan er um eina lógartøkniliga broyting. Uppskotið broytir ikki rættarstøðuna. Til nr. 139 ( 260, 1. pkt.) 260, 1. pkt. skipar gerð av metingarfólksváttan um støðu kravánaranna. Galdandi orðing í 260, 1. pkt. í vinnufelagslógini kann skapa iva, tá talan er um eina kloyving, har eitt ella fleiri av luttakandi feløgunum eru í trongstøðu. Sambært galdandi orðing í 260, 1. pkt. skal metingarfólkið meta um, hvørt kravánararnir í luttakandi feløgunum eru nóg væl tryggjaðir. Sambært viðmerkingunum til ásetingina og sambært viðmerkingunum til samsvarandi ásetingarnar í partafelagslógini skal metingarfólkið tó gera sína meting í mun til núverandi støðu kravánaranna, t.e. at metingarfólkið skal meta um, hvørt kloyvingin fer at seta kravánararnar verri enn frammanundan. Við tí fyri eyga at greina rættarstøðuna verður skotið upp, at orðaljóðið í 260, 1. pkt., verður broytt soleiðis, at tað gongur fram av ásetingini, at metingarfólkið skal gera metingina við støði í núverandi støðu kravánaranna. Uppskotið broytir ikki rættarstøðuna. Til nr. 140 ( 261, stk. 1, 1. pkt.) 261 snýr seg um møguleikan hjá kravánarunum at fráboða krøv síni í sambandi við kloyving. Tað gongur fram av 261, stk. 1, 1. pkt. í vinnufelagslógini, at kemur metingarfólkið í váttan síni um støðu kravánaranna til ta niðurstøðu, at kravánararnir í einum ella fleiri av luttakandi feløgunum ikki eru nóg væl tryggjaðir eftir kloyvingina, hava kravánararnir í hesum feløgum møguleika fyri at fráboða krøv síni. Tað sama er galdandi, um semja er um at velja frá metingsfólksváttan um støðu kravánaranna. 127/159

128 Eftir galdandi reglum kunnu kravánarar fráboða síni krøv í upp til fýra vikur eftir, at avgerð um at fremja kloyvingina í luttakandi feløgunum er tikin. Skotið verður upp, at tíðarskeiðið, sum kravánararnir hava at fráboða krøv síni, verður broytt til at vera fýra vikur eftir, at Skráseting Føroya hevur almannakunngjørt móttøkuna av upplýsingum um ætlaðu kloyvingina. Ætlaða broytingin í 261, stk. 1, 1. pkt. samsvar við ta broyting, sum er skotin upp í 1, nr. 114 viðvíkjandi samanleggingum. Víst verður til hesa broyting og viðmerkingarnar. Til nr. 141 ( 261, stk. 6) Uppskoitið um at strika 261, stk. 6 er ein avleiðing av broytingini av 261, stk. 1. Strikingin av 261, stk. 6, svarar til ta broyting, sum er skotin upp í 1, nr. 115 viðvíkjandi samanleggingum. Víst verður til hesa broyting og viðmerkingarnar. Talan er um eina málsliga broyting, sum nágreinar nýtsluøkið fyri ásetingina. Uppskotið broytir ikki rættarstøðuna. Til nr. 142 (yvirskriftin til 262) Vinnufelagslógin hevði við sær, at tað í ávísum førum gjørdist møguligt m.a. at velja frá kloyvingarætlanina og/ella váttan frá metingarfólki um støðu kravánaranna. Møguleikin at velja frá kloyvingarætlan og váttan frá metingarfólki um støðu kravánaranna hevur týdning fyri, hvørji skjøl skulu latast Skráseting Føroya við tí endamáli, at Skrásetingin kann almannakunngera ætlaðu kloyvingina; hetta er løgskipað í 262, sbr. eisini 1, nr. 129 í hesum lógaruppskoti. Skotið verður upp, at tað í yvirskriftini til 262 verður gjørt greitt, at kloyvingarætlan og váttan metingarfólksins um støðu kravánaranna ikki altíð er kravt, t.e. kravt at senda Skráseting Føroya, og fyrivarni er sostatt tikið fyri, at hesi skjøl kunnu vera vald frá. Til nr. 143 ( 262) 262 í vinnufelagslógini skipar reglurnar um at senda inn kloyvingarætlan og váttan metingarfólksins um støðu kravánaranna. Ásetingin førir víðari áðurgaldand ásetingar í ávikavist 136 d í partafelagslógini og 65 í smápartafelagslógini, sum vísti til 136 í partafelagslógini. Við 262 í vinnufelagslógini varð skotin upp ein einstøk materiel broyting í stk. 1 viðvíkjandi talinum av eintøkum av kloyvingarætlanini o.tíl., sum skal latast Skráseting Føroya. Harumframt vórðu tað við ásetingini gjørdar ymsar málsligar tillagingar. Eingin onnur materiel broyting var ætlað. Vinnufelagslógin hevði við sær, at tað í ávísum førum gjørdist møguligt m.a. at velja frá kloyvingarætlanina og/ella váttan frá metingarfólki um støðu kravánaranna. Møguleikin at velja frá kloyvingarætlan og váttan frá metingarfólki um støðu kravánaranna hevur týdning 128/159

129 fyri, hvørji skjøl skulu latast Skráseting Føroya við tí endamáli, at Skrásetingin kann almannakunngera ætlaðu kloyvingina Skotið verður upp at 262 verður orðað av nýggjum við tí endamáli, at galdandi reglur verða gjørdar greiðari, alt eftir um kloyvingarætlan og váttan metingafólksins um støðu kravánaranna eru gjørd ella ikki. Ætlaða orðingin hevur ikki við sær materiellar broytingar í mun til galdandi rættarstøðu. Uppskotið til stk. 1 snýr seg um tey føri, har kloyvingarætlanin er gjørd. Uppskotið til stk. 2 snýr seg um tey føri, har kloyvingarætlanin er vald frá. Galdandi 262, stk. 1, 3. pkt, um innlatan av váttan um støðu kravánarannna vísir til 255, stk. 2. Av røttum skal vísast til 260 um ger av váttan metingarfólksins um støðu kravánaranna. Innlatan av váttan um støðuna hjá kravánarunum gongur eftir uppskotinum fram av 262, stk. 3, og tilvísingin verðu tí rættað har. Tey føri, har ein váttan frá metingarfólki um støðu kravánaranna er gjørd, eru skipað í teirri áseting, sum verður skotin upp í stk. 3, meðan uppskotið til stk. 4 snýr seg um tey føri, har váttan er vald frá. Stk. 5 snýr seg um innihaldið í almannakunngering Skráseting Føroya um ætlaðu kloyvingina. Við eini ítøkiligari kloyving er tað sostatt annaðhvørt uppskotið til stk. 1 ella 2, sum verður at nýta, og annaðhvørt uppskotið til stk. 3 ella 4, sum verður at nýta, meðan uppskotið til stk. 5 verður at nýta í øllum førum uttan so, at talan er um eina kloyving, ið er fevnd av uppskotinum til 263, stk. 3, sum ikki krevur, at Skráseting Føroya skal hava almannakunngjørt frammanundan sambært 262, stk. 5, áðrenn avgerðin um at femja kloyvingina verður tikin, sbr. annars uppskotið til 263, stk. 3 og viðmerkingar til sama. At enda verður skotið upp í stk. 6, at Skráseting Føroya fær heimild at áseta nærri reglur um almannakunngering av samanleggingar- og kloyvingarætlanum. Henda heimild kann nýtast soleiðis, at feløgini kunnu fáa møguleika at almannakunngera samanleggingar- og kloyvingarætlanir á egnari heimasíðu ella á aðrari heimasíðu, sum verður mett egnað. Um almannakunngørt verður aðrastaðni enn í KT-skipan Skráseting Føroya, verður kravt, at dagfestingin fyri almannakunngeringini av samanleggingarætlanini og ein tilvísing, sum er eitt leinki, ið gevur atgongd til viðkomandi heimasíðu, verður almannakunngjørt í KT-skipan Skráseting Føroya. Um henda heimild verður brúkt, er tað gjørligt hjá einum kapitalfelag at almannakunngera eina samanleggingar- ella kloyvingarætlan á síni egnu heimasíðu ella møguliga á aðrari heimasíðu, ið er egnað til endamálið. Hetta er ein nýggjur møguleiki í mun til í dag, har Skráseting Føroya almannakunnger allar samanleggingar- og kloyvingarætlanir í KT-skipan síni. Viðvíkjandi broytingini av 262 í uppskotinum verður annars víst til viðmerkingarnar til 1, nr. 117 í hesum lógaruppskoti, sum viðvíkur samsvarandi broytingini viðvíkjandi samanlegging. Talan er einans um lógartøkniligar broytingar í 262, stk Um heimildin, sum verður skotin upp í stk. 6, verður brúkt, verður talan um materiellar broytingar. Til nr. 144 ( 263) 263 í vinnufelagalógini snýr seg um avgerðina um at fremja eina kloyving. Ásetingin samsvarar við áðurgaldandi áseting í 136 e, stk. 5-7 í partafelagalógini, sum eisni var 129/159

130 galdandi fyri smápartafeløg, sbr. áðurgaldandi áseting í 67 a í smápartafelagalógini. Á ávísum økjum eru tó gjørdar broytingar í mun til galdandi reglur. Eyðkenni fyri eina kloyving er, at tað í útgangsstøði er talan um eina gongd, sum skal skrásetast og almannakunngerast í tveimum umførum eins og fyri samanleggingar. Eins og fyri samanleggingar gjørdist tað við vinnufelagalógini møguligt at velja frá kloyvingarætlan, um einans smápartafeløg luttaka í kloyvingini. Uppskotið til orðing av 263 samsvarar við 1, nr. 118, í lógaruppskotinum, sum viðvíkur samanleggingum. Víst verður tí til hesar viðmerkingar. Til nr. 145 ( 265, stk. 1) 265, stk. 1 í vinnufelagalógini snýr seg um, hvør kann avgera at fremja eina ætlaða kloyving í framhaldandi felagnum. Tað gongur fram av 264, stk. 1 í vinnufelagalógini, at um eitt felag er innskjótandi felagið í eini kloyving, kann felagið einans luttaka í kloyvingini, um útlutan til kapitaleigararnar ikki er byrjað, og um aðalfundurin samstundis avgerð at strika likvidatiónina. Kravt verður ikki, at fyrilit verður tikið fyri reglunum um uppafturtøku í 231; hetta hevur samband við, at felagið verður avtikið, tá ið kloyvingin verður uppafturtikin. 265, stk. 1, í vinnufelagalógini hevði ikki samsvarandi greiða áseting um, hvat er galdandi, um eitt av móttakandi feløgunum í eini kloyving er undir likvidatión. Skotið verður upp at nágreina í 265, stk. 1, at um eitt móttakandi felag er undir likvidatión, verður kravt eins og fyri tað innskjótandi felagið at kloyvingin einans kann samtykkjast, um útlutan til kapitaleigararnar ikki er byrjað. Av tí at móttakandi felagið eisini verður verandi eftir kloyvingina, verður skotið upp, at kravt verður, at aðalfundurin í seinasta lagi samstundis, sum avgerðin um at fremja kloyvingina verður tikin, eisini skal taka avgerð um at taka felagið uppaftur, og at vanligu reglurnar fyri uppafturtøku skulu nýtast, sbr Fyri at gera reglurnar greiðari verður mett rættast, at umrøddu krøvini eru nevnd beinleiðis í lógini. Talan er einans um eina kodificering av galdandi rætti. Uppskotið broytir ikki rættarstøðuna. Til nr. 146 ( 265, stk. 2) 265, stk. 2 í vinnufelagslógini viðvíkur avgerðini um at fremja kloyvingina í móttakandi verandi kapitalfeløgunum. Ásetingin umrøður móttøkuna av kloyvingarætlanini. Tað er tó rættari at vísa til ætlaðu kloyvingina, av tí at hon bæði fevnir um tey føri, har ein kloyvingarætlan er gjørd, og tey føri, har ein kloyvingarætlan er vald frá. Talan er einans um eina lógartøkniliga broyting sum avleiðing av, at til ber at velja frá kloyvingarætlanina fyri smápartafeløg. Uppskotið broytir ikki rættarstøðuna. Til nr. 147 ( 266, nýtt stk. 2) 266, stk. 1 í vinnufelagslógini ásetur, at høvuðsleiðslan í verandi kapitalfeløgunum, sum luttaka í kloyvingini, á einum møguligum aðalfundi, har avgerð skal takast um at fremja eina 130/159

131 kloyving, skal upplýsa um hendingar av serligum týdningi, heruppií um týðandi broytingar í ognum og skyldum, sum eru íkomnar í tíðini millum undirskrivingina av kloyvingarætlanini og aðalfundin. Vinnufelagslógin hevði við sær, at tað í ávísum førum gjørdist møguligt m.a. at velja frá kloyvingarætlanina. Í orðaljóðinum í vinnufelagslógarinnar 266, stk. 1, er fyrilit ikki havt fyri teimum førum, har møguleikin at velja frá kloyvingarætlan er brúktur, sbr. 255, stk. 2. Endamálið við 266, stk. 1, er, at kapitaleigararnir á einum aðalfundi kunnu taka avgerð um eina møguliga fremjan av kloyvingini á einum upplýstum grundarlag. Sum framhald av hesum verður skotið upp, at tað aftaná 266, stk. 1, verður sett eitt nýtt 2. pkt., sum snýr seg um tey føri, har kloyvingarætlanin er vald frá. Skotið verður upp, at er talan um eina kloyving, har kapitaleigararnir í semju hava valt frá at gera kloyvingarætlan, skulu høvuðsleiðslurnar kunna um viðurskifti av serligum týdningi, heruppií um týðandi broytingar í ognum og skyldum, sum eru íkomnar í tíðini millum javnadagin í seinastu ársfrásøgn felagsins og aðalfundin. 2. pkt., sum verður skotið upp, broytir ikki rættarstøðuna. Til nr. 148 ( 266, stk. 2, sum verður stk. 3) 266, stk. 2 í vinnufelagalógini, sum eftir uppskotinum verður stk. 3, ásetur, at er talan um eina kloyving millum smápartafeløg, har smápartaeigararnir í semju hava avgjørt at velja frá gerð av kloyvingarætlan, skal í sambandi við avgerðina um at fremja kloyvingina støða takast til fleiri grundleggjandi krøv um kloyvingina, undir hesum til viðurgjaldið til smápartaeigararnar í inskjótandi smápartafelagnum, og til roknskaparliga virknaðin av kloyvingini. Galdandi 266, stk. 2, kom inn í vinnufelagalógini í sambandi við, at møguleiki varð givin fyri at velja frá kloyvingarætlan í sambandi við kloyvingar, har einans smápartafeløg luttaka. Tað gongur fram av 255, stk. 3, at tað í vinnufelagalógini einans eru innihaldskrøv til kloyvingarætlanina, um bert eitt av luttakandi feløgunum er eitt partafelag. Um talan er um eina kloyving, har einans smápartafelag luttaka, eru sostatt eingi innihaldskrøv til eina møguliga kloyvingarætlan. Mett verður avgerandi, at tað annaðhvørt í kloyvingarætlanini ella í sambandi við fremjanina av kloyvingini verður tikin støða til fleiri grundleggjandi viðurskifti. Sum avleiðing av hesum verður skotið upp, at 266, stk. 2, sum verður stk. 3, verður orðað av nýggjum soleiðis, at innihaldskrøvini til avgerðina um at fremja kloyvingina eru galdandi í teimum førum, har kloyvingarætlanin er vald frá eftir 255, stk. 2, umframt at galda í teimum førum, har ein kloyvingarætlan er gjørd, men har nevndu grundleggjandi upplýsingar ikki eru tiknar við. Skotið verður ikki upp at broyta grundleggjandi viðurskiftini, sum støða skal takast til í sambandi við fremjanina, sbr. tó stk. 3, nr. 2, í uppskotinum um býtið av teimum ognum og skyldum, sum fara yvir ella verða verandi í smápartafeløgunum, sum luttaka í kloyvingini, og viðmerkingarnar til hesa ásetingina niðanfyri. Við tað at kloyving verður allýst sum at ognir og skyldur í síni heild ella partvíst verða avhendaðar frá einum verandi kapitalfelag til eitt ella fleiri verandi ella nýstovnaði partaella smápartafeløg er neyðugt, at avgerð aðalfundarinnar í minsta lagi inniheldur eina støðutakan til býtið av teimum ognum og skyldum, sum fara yvir ella verða verandi í 131/159

132 smápartafeløgunum, sum luttaka í kloyvingini. Hetta býtið samsvarar við ta lýsing og býtið, sum leiðslan skal gera í sambandi við eina møguliga kloyvingarætlan, sbr. 255, stk. 3, nr. 3, í vinnufelagalógini. Bakstøðið fyri hesi nágreining er, at kravið um eina lýsing og býtið av ognum og skyldum skal síggjast í samanhangi við 254, stk. 2. Av hesi áseting gongur fram, at um ein áognari ikki fær fulna, hefta hvørt av hinum luttakandi feløgunum solidariskt fyri hesum skyldum. Tað hevur tí stóran týdning at kunna identifisera, hvussu ognir og skyldur hjá einum kapitalfelag eru býttar í sambandi við kloyvingina. Kravið um nágreiniligt býti av ognum og skyldum kann eins og í eini kloyvngarætlan lúkast við t.d. eini felags roknskaparuppsetan ella einum sjálvbodnum kloyvingarroknskapi, sum so í givnum føri verður mettur sum ein integreraður partur av avgerrðini og avgerðarfrágreiðingini. 266, stk. 2, sum verður stk. 3, nr. 2, í uppskotinum er nýtt. Í 266, stk. 2, sum verður stk. 3, nr. 1, og nr. 3-6, verður skotið upp, at viðurskiftini, nevnd í galdandi 266, stk. 2, nr. 1-5, halda fram óbroytt. Talan er um tey viðurskifti, sum støða í minsta lagi skal takast til. Ásetingin svarar til tað, sum verður skotið upp í sambandi við samanleggingar, sbr. 1, nr. 122 í lógaruppskotinum. Til nr. 149 ( 266, stk. 3, sum verður stk. 4) Broytingin í uppskotinum verður framd, tá tilvísingin í 266, stk. 3, til ásetingina í stk. 2 skal broytast, sum avleiðing av, at skotið er upp, at innseta eitt nýtt stk. 2, soleiðis, at galdandi stk. 2 verður stk. 3. Til nr. 150 ( 267, stk. 3) 267, stk. 3 í vinnufelagslógini ásetur, nær ein kloyving kann skrásetast, um kapitaleigararnir, á tí aðalfundinum, har avgerð um at fremja kloyvingina er tikin, hava tikið fyrivarni fyri, at viðurgjaldið er rímiligt og sakliga grundað. Hetta er galdandi uttan so, at metingarfólkini í sínum ummælum av ætlaðu kloyvingini, undir hesum av møguligari kloyvingarætlan, meta, at viðurgjaldið fyri kapitaleigararnar í uppathaldandi felagnum ella feløgunum er rímiligt og sakliga grundað. Ásetingin nevnir ummælið metingarfólksins um ætlanina. Tað er tó rættari at vísa til ta ætlaðu kloyvingina, av tí at ummælið bæði fevnir um tey føri, har kloyvingarætlan er gjørd, og tey føri, har gerð av kloyvingarætlan er vald frá. Talan er einans um eina lógartøkniliga broyting í 267, stk. 3 í vinnufelagslógini, sum kemur av, at smápartafeløg kunnu velja frá at gera kloyvingarætlan. Uppskotið broytir ikki rættarstøðuna. Til nr. 151 ( 268) 268 í vinnufelagslógini staðfestir, nær rættarvirknaðurin av eini kloyving tekur við. Ásetingin førir víðari áðurgaldandi áseting í partafelagalógarinnar 136 h, sum eisini var at nýta fyri smápartafeløg, sbr. áðurgaldandi áseting í 67 a í smápartafelagalógini. Við vinnufelagslógini varð ásetingin í 268, stk. 4 tó víðkað í mun til áðurgaldandi áseting. Vinnufelagalógin hevði ikki aðrar materiellar broytingar við sær. 132/159

133 Við vinnufelagslógini varð skipaður smidleiki fyri smápartafeløgini soleiðis, at smápartaeigararnir í semju kunnu avgera at velja frá ávikavist gerð av kloyvingarætlan og freistina upp á fýra vikur at avgera, um kloyvingin skal fremjast. Endamálið við at orða 268 av nýggjum er at gera greitt, hvat er galdandi, alt eftir um ein kloyvingarætlan er gjørd, ella um hendan er vald frá, undir hesum eisini um omanfyrinevnda freist er vald frá. Ásetingin svarar til samanleggingarásetingina í 250, sbr. 1, nr. 125 í hesum lógaruppskoti. Víst verður annars til hesar viðmerkingar. Til nr. 152 ( 269, stk. 1 og 2) 269, stk. 1 og 2, í vinnufelagalógini ásetur, nær ein kloyving, sum avgjørt er at fremja, skal skrásetast ella fráboðast til skrásetingar í KT-skipan Skráseting Føroya. Ásetingin viðvíkur áðurgaldandi ásetingum í ávikavist partafelagslógarinnar 136, sum eisini var at nýta fyri smápartafeløg, sbr. 67 a í áðurgaldandi smápartafelagslóg. Ætlanin við ásetingini í vinnufelagslógini var ikki at fremja materiellar broytingar. Uppskotið til hesa broytingina er ein avleiðing av 1, nr. 151 í lógaruppskotinum. Ásetingin svarar til ásetingina viðvíkjandi skráseting ella fráboðan til skrásetingar av eini samanlegging, sbr. 1, nr. 126 í hesum lógaruppskoti. Víst verður annars til hesar viðmerkingar. Talan er einans um eina lógartøkniliga broyting. Uppskotið broytir ikki rættarstøðuna. Til nr. 153 (yvirskriftin til 270) Yvirskriftin viðvíkur loddrøttum kloyvingum, ið hava lagaligari ásetingar. Skotið verður upp, at ásettar verða lagaligari reglur um kloyving, har eitt ella fleiri nýggj kapitalfeløg koma burturúr, og har kapitalpartarnir í hesum feløgum verða latin kapitaleigarunum í innskjótandi felagnum porpotionalt við teirra kapitalpart í innskjótandi felagnum. Av tí at henda broyting verður sett inn sum eitt nýtt stykki 2 í 270, verður tað, sum úrslit av hesum, skotið upp at broyta yvirskriftina til hesa áseting soleiðis, at yvirskriftin fer at fevna um bæði førini, sum hava við sær eina lagaligari mannagongd í sambandi við kloyvingar. Víst verður til viðmerkingarnar til 1, nr. 42 í lógaruppskotinum. Til nr. 154 ( 270, nýtt stk. 2) Uppskotið hevur við sær, at tað frameftir ikki verður kravt kloyvingarfrágreiðing, millumjavni, ummæli metingarfólksins av kloyvingarætlanini umframt fráboðan leiðslunnar til aðalfundin, tá ið talan um eina kloyving til nýggj feløg, har kapitaleigararnir fáa kapitalpartar proportionalt við ávikavist sínar kapitalpartar ella atkvøður í tí í kloyvingini innskjótandi felagnum. 133/159

134 Ásetingin verður sett inn sum nýtt stk. 2 í 270, av tí at henda áseting í dag hevur reglur um lagarligari mannagongdir fyri loddrættar kloyvingar. Á henda hátt eru ásetingarnar, sum snúgva seg um lagaligari mannagongdir í sambandi við kloyvingar, samlaðar. Bakstøðið fyri ásetingini er, at kloyving til nýggj feløg, sum kapitaleigararnir eiga í mun til teirra rættindi í tí felagnum, sum verður kloyvt, hevur avmarkaðað økonomiska ávirkan á kapitaleigararnar og áognararnar. Tí eiga dokumentatións- og rapporteringskrøvini, sum annars eru galdandi í sambandi við kloyving, at verða linkað fyri hesar kloyvingar. Ásetingin fer at hava við sær, at tað í sambandi við kloyving til nýggj feløg, har kapitaleigararnir fáa atkvøður ella kapital proportionalt við sín part av atkvøðunum ella kapitalpørtunum í innskjótandi felagnum ikki skulu lúkast ávís krøv um skjøl og frágreiðingar. Tað er, sum sæst á ásetingini, ein fyritreyt fyri at nýta ásetingina, at talan er um nýggj feløg, og at býtið er proportionalt. Tað verður sostatt bert í teimum førum, har kapitaleigarin hevur neyvt sama býti av kaptalpørtum ella atkvøðum, sum hesinhevði í innskjótandi felagnum. Dømi um føri, har hendan ásetingin verður nýtt, er sostatt ein kloyving, har tveir kaptitaleigarar eiga eitt felag við 50% av kapitalpørtunum. Í sambandi við kloyvingina verða stovnað eitt ella fleiri nýggj kapitalfeløg, har teir tveir kapitaleigarnir hvør fáa ein part uppá 50% av kapitalpørtunum í hvørjum felagnum. Til nr. 155 ( 271, stk. 1, 2. pkt., og 276, stk. 1, 2. pkt.) Talan er um eina málsliga broyting, sum nágreinar nýtsluøkið fyri ásetingunum. Uppskotið broytir ikki rættarstøðuna. Til nr. 156 ( 271, stk. 1) Tá ið stovnað verður, er tað eitt grundleggjandi krav, at tekningin av kapitalpørtum ikki er treytað og ikki fer fram fyri undirkurs. Endamálið við hesum grundleggjandi krøvum er at verja kravánararnar. Ein umskapan av einum smápartafelag til eitt partafelag kann á fleiri økjum setast javnt við at stovna eitt partafelag við at skjóta inn eina verandi fyritøku, og er hetta orsøkin til, at kravt verður, at ein metingarfrágreiðing, sbr. 271, stk. 1, 2. pkt., verður gjørd í sambandi við slíkar umskapanir. Skotið verður upp at nágreina í 271, stk. 1, at forboðið móti at útgeva kapitalpartar fyri undirkurs eisini er galdandi í sambandi við umskapanir frá smápartafelag til partafelag. Somu nágreiningar galda í sambandi við at umskapa lutafeløg til partafeløg og at umskapa partnarafeløg til partafeløg. Hetta hevur verið galdandi frammanundan, men hevur ikki verið greitt ásett. Til nr. 157 ( 276, stk. 1) Tá ið kapitalfelag verður stovnað, er tað eitt grundleggjandi krav, at tekningin av kapitalpørtum ikki er treytað og ikki fer fram fyri undirkurs. Endamálið við hesum grundleggjandi krøvum er at verja kravánararnar. 134/159

135 Ein umskapan av einum smápartafelag til eitt partafelag kann á fleiri økjum setast javnt við at stovna eitt partafelag við at skjóta inn eina verandi fyritøku, og er hetta orsøkin til, at kravt verður, at ein metingarfrágreiðing, sbr. 276, stk. 1, 2. pkt., verður gjørd í sambandi við slíkar umskapanir. Skotið verður upp at nágreina í 276, stk. 1, at forboðið móti at útgeva kapitalpartar fyri undirkurs eisini er galdandi í sambandi við umskapanir frá smápartafelag til partafelag. Somu nágreiningar galda í sambandi við at umskapa lutafeløg til partafeløg og at umskapa partnarafeløg til partafeløg. Hetta hevur verið galdandi frammanundan, men hevur ikki verið greitt ásett. Til nr. 158 ( 278) 278 snýr seg um at gera eina umskapanarætlan í sambandi við eina umskapan av einum lutafelag við avmarkaðari ábyrgd til eitt partafelag. Vinnufelagslógin hevði við sær, at tað í ávísum førum gjørdist møguligt fyri kapitaleigararnar í semju at velja frá at gera eina ætlan í sambandi við samanleggingar og kloyvingar. Reglurnar um umskapan av lutafeløgum til partafeløg byggja á reglurnar um samanlegging. Møguleikin fyri at velja frá ætlanina gevur feløgunum ein ávísan smidleika, og skotið verður tí upp at orða 278 av nýggjum soleiðis, at møguligt verður hjá lutaeigarunum í sambandi við umskapan av einum lutafelag til eitt partafelag í semju at velja frá umskaparnarætlanina. Skotið verður upp í stk. 1, at høvuðsleiðslan í lutafelagnum í útgangstøði framhaldandi skal gera og undirskriva eina umskapanarætlan. Eftir stk. 2 fáa lutaeigararnir møguleika fyri í semju at velja frá at gera ætlanina. Um ætlanin verður vald frá, eru fleiri krøv til avgerð lutaeigaranna um at fremja umskapanina, sbr. 1, nr. 169 í lógaruppskotinum. Skotið verður upp í stk. 3, at er ein umskapanarætlan gjørd, skal umskapanarætlanin innihalda upplýsingarnar og ásetingarnar, sum eru nevndar í ásetingini. Ætlaða stk. 3 svarar innihaldsliga til galdandi áseting í 278. Eftir galdandi áseting í stk. 1, nr. 8, skal umskapanarætlanin m.a. innihalda upplýsingar um nær, ið umskapanin fær roknskaparligan virknað. Í eini umskapan er talan um sama løgfrøðiliga persón, bæði undan og eftir umskapanina. Tørvur er tí ikki á, at roknskaparligi virknaðurin fyri eina umskapan verður ásettur. Sum avleiðing av hesum verður skotið upp, at verandi upplýsingarkrav í 278, stk. 1, nr. 8, ikki heldur fram. Sum avleiðing av, at tað frameftir ikki skal arbeiðast við roknskaparliga virknaðinum av umskapanini av einum lutafelag til eitt partafelag, verður verandi fráboðanarfreist í 278, stk. 2, sum viðvíkur teirri løtu, at roknskaparligi virknaðurin tekur við, strikað. 135/159

136 Til nr. 159 ( 279) Sambært 279 í vinnufelagslógini skal tað, í sambandi við eina umskapan frá lutafelag til partafelag í útgangsstøði gerast ein skrivlig frágreiðing (umskapanarfrágreiðing), har umskapanarætlanin verður greinað og grundað. Skotið verður upp í 1, nr. 158 í hesum lógaruppskoti, at tað frameftir verður møguligt hjá lutaeigarunum í semju at velja frá umskapanarætlanina. Sum avleiðing av hesum verður skotið upp at nágreina orðaljóðið í 279, stk. 1 soleiðis, at tað er ætlaða umskapanin, sum skal greiðnast í umskapanarfrágreiðingini. Við ætlaðu broytingini fer orðaljóðið í ásetingini at hava fyrilit fyri teimum førum, har umskapanarætlanin er vald frá. Tað verður framvegis gjørligt fyri kapitaleigararnar í semju at velja frá gerð av umskapanarfrágreiðing. Uppskotið hevur ikki við sær materiellar broytingar. Til nr. 160 ( 280) 280 í vinnufelagslógini ásetur, nær ein millumjavni skal gerast í sambandi við, at eitt lutafelag verður umskapað til eitt partafelag. Ásetingin førir víðari 134 b, stk. 2, 2. pkt, sbr. 135, stk. 2 í áðurgaldandi partafelagslóg. 280, stk. 2 hevði við sær eina materiella broyting í mun til áðurgaldandi ásetingar, av tí lutaeigararnir í semju fingu møguleika fyri at velja frá gerð av millumjavna. Sum avleiðing av, at tað í 278 verður skotið upp, at lutaeigararnir í semju kunnu avgera, at ein umskapanarætlan ikki skal gerast, verður skotið upp, at 280 verður orðað av nýggjum soleiðis, at ásetingin svara til ta samsvarandi ásetingina um at gera millumjavna í sambandi við eina samanlegging. Sambært 4 í ársroknskaparlógini kann eitt lutafelag í ávísum førum skifta eina ársfrásøgn um við eina undantaksváttan. Sum avleiðing av hesum verður skotið upp, at orðingin í 280, stk. 1, 1. pkt. hevur fyrilit fyri, at tað ikki í øllum førum er gjørd ein ársfrásøgn fyri lutafelagið. Skotið verður harumframt upp, at 2. og 3. pkt. verða flutt til eina nýggja áseting í stk. 3, soleiðis at bygnaðurin í ásetingini er tann sami sum í samsvarandi ásetingum viðvíkjandi samanleggingum og kloyvingum. Tað gongur fram av 280, stk. 1, 1. pkt. í vinnufelagslógini, at um umskaparnarætlanin er undirskrivað meira enn seks mánaðir eftir at roknskaparárið, sum seinasta ársfrásøgn fyritøkunnar viðvíkur, er endað, skal gerast ein millumjavni uttan so, at undantakið í stk. 2 verður at nýta. Skotið verður upp í 1, nr. 158 í hesum lógaruppskoti, at tað í ávísum førum í semju - skal vera møguligt at velja frá umskapanarætlanina. Sum avleiðing av hesum verður skotið upp, at eitt nýtt stk. 2 verður sett inn í 280; ásetingin snýr seg um, hvat er galdandi í sambandi við gerð av millumjavna, um ætlanin er vald frá. 136/159

137 Skotið verður upp, at er ætlanin vald frá, er tað løtan, ið hon varð vald frá, sum er avgerandi fyri, um millumjavni skal gerast. Er talan um eina umskapan, har umskapanarætlanin er vald frá, verður skotið upp, at millumjavni skal gerast fyri lutafelagið, sum ætlanin er at umskapa, um avgerðin at velja frá umskapanarætlanina er tikin meira enn seks mánaðir eftir, at roknskaparárið, sum seinasta ársfrásøgn lutafelagsins viðvíkur, er endað. Er talan um eina umskapan, har lutafelagið, sum ætlanin er at umskapa, hevur kalendaraárið sum roknskaparár, skal sostatt gerast ein millumjavni, um umskapanarætlanin er vald frá 1. juli ella seinni. Er talan um eitt lutafelag, sum hevur møguleika at lata en undantaksváttan koma í staðin fyri ársroknskapin, er tað tíðarskeiðið, sum undantaksváttanin viðvíkur, sum avger, um tað í útgangsstøði skal gerast ein millumjavni. Skotið verður upp, at krøvini til millumjavnan eru tey somu, uttan mun til, um tað í ítøkiligu umskapanini er gjørd ein ætlan, ella um ætlanin er vald frá. Skotið verður harumframt upp, at 2. og 3. pkt. verða flutt til eina nýggja áseting í stk. 3, soleiðis at bygnaðurin í ásetingini er tann sami sum í samsvarandi ásetingum viðvíkjandi samanleggingum og kloyvingum. At enda verður skotið upp, at galdandi áseting í stk. 2, sum eftir uppskotinum verður stk. 4, ið snýr seg um møguleikan fyri at velja frá gerð av millumjavna, heldur fram óbroytt. Talan er einans um lógartøkniliga broytingar. Uppskotið broytir ikki rættarstøðuna. Til nr. 161 (yvirskriftin til 282) Yvirskriftin til 282 upplýsir, at ásetingin viðvíkur ummæli frá metingarfólki um umskapanarætlanina. Ætlaða broytingin í yvirskriftini til 282 hevur samband við ætlanina um at seta 2. pkt. í 282, stk. 1, sbr. 1, nr. 162 í hesum lógaruppskoti, har gjørt verður greitt, at ein ætlað umskapan bæði fevnir um tey føri, har eina umskapanarætlan er gjørd, og tey føri, har ein umskapanarætlan er vald frá. Talan er um eina lógartøkniliga broyting. Til nr. 162 ( 282, stk. 1) Tað gongur fram av 282, stk. 1, 1. pkt. í vinnufelagalógini, at eitt metingarfólk í útgangsstøði skal ummæla umskapanarætlanina, undir hesum eisini viðurgjaldið. Ásetingin førir víðari 134 c, stk. 1-3, umframt stk. 5, sbr. 135, stk. 2 í áðurgaldandi partafelagslóg. Eingin materiel broyting var ætlað við vinnufelagalógini. Skotið verður upp í 278, at tað skal vera gjørligt hjá lutaeigarunum í semju at avgera, at ein umskapanarætlan ikki skal gerast. 137/159

138 Sum avleiðing av hesum verður skotið upp í 282, stk. 1 at nágreina, hvat innihaldið í ummæli metingarfóksins skal vera, bæði í teimum førum, har ein umskapanarætlan er gjørd, og í teimum førum, har ætlanin er vald frá. Ætlaða ásetingin svarar til ætlaðu ásetingina fyri samanleggingar, sbr. 1, nr. 111 í hesum lógaruppskoti. Víst verður annars til hesar viðmerkingar. Talan er um eina lógartøkniliga broyting. Uppskotið broytir ikki rættarstøðuna. Til nr , 1. pkt. í vinnufelagalógini skipar reglurnar um váttan frá metingarfólki um støðu kravánaranna. Verandi orðing í samsvarandi áseting í 242, 1. pkt. í vinnufelagalógini viðvíkjandi samanlegging hevur givið høvi til iva, um talan er um eina samanlegging, har eitt ella fleiri av luttakandi feløgunum er í trongstøðu. Sambært galdandi orðing í 242, 1. pkt., skal metingarfólkið sostatt meta um, hvørt kravánararnir í luttakandi feløgunum eru nóg væl tryggjaðir. Sambært viðmerkingunum til ásetingina og til samsvarandi ásetingar í áðurgaldandi partafelagslóg skal metingarfólkið tó gera sína meting í mun til aktuellu støðu kravánaranna, t.e. at metingarfólkið skal meta um, hvørt samanleggingin hevur við sær, at kravánararnir verða settir verri enn frammanundan. Skotið verður tí upp, at hetta verður nágreinað. Við tí fyri eyga at greina rættarstøðuna í mun til umskapan av lutafeløgum til partafeløg verður skotið upp, at orðaljóðið í 283, 1. pkt. verður broytt soleiðis, at tað gongur fram av ásetingini, at metingarfólkið skal gera sína meting í mun til aktuellu støðu kravánaranna. Uppskotið til broyting í 283, 1. pkt. um ummæli metingarfólksins um støðu kravánaranna samsvarar tískil við ta broyting, sum er skotin upp í 1, nr. 113 í hesum lógaruppskoti, t.e. í reglunum um samanleggingar. Víst verður annars til ta broytingina og viðmerkingarnar. Uppskotið broytir ikki rættarstøðuna. Til nr. 164 ( 284, stk. 1) Tað gongur fram av 284, stk. 1, 1. pkt. í vinnufelagalógini, at um metingarfólkið í váttan síni um støðu kravánaranna kemur til ta niðurstøðu, at kravánararnir ikki eru nóg væl tryggjaðir eftir umskapanina, hava kravánararnir møguleika fyri at fráboða krøv síni. Tað sama er galdandi, um henda váttan er vald frá í semju. 284, stk pkt. førir víðari 134 g, sbr. 135, stk. 2 í áðurgaldandi partafelagslóg. Ásetingin varð nútímansgjørd í sambandi við vinnufelagalógina. Ætlanin var tó ikki at gera materiellar broytingar. 138/159

139 Eftir galdandi reglum kunnu kravánararnir fráboða krøv síni í upp til fýra vikur eftir, at avgerð um at fremja umskapanina er tikin. Skotið verður upp, at tíðarskeiðið, sum kravánararnir hava at fráboða síni krøv, verður broytt til upp til fýra vikur eftir, at Skráseting Føroya hevur almannakunngjørt móttøkuna av upplýsingum um ætlaðu umskapanina. Ætlaða broytingin í 284, stk. 1, 1. pkt. samsvarar við ta broytingina, sum er skotin upp í 1, nr. 114 í hesum lógaruppskoti. Víst verður annars til ta broytingina og viðmerkingarnar. Til nr. 165 ( 284, stk. 6, verður strikað) 284, stk. 6 í vinnufelagslógini ásetur, at um kravánararnir hava rætt til at fráboða krøv síni sambært 284, stk. 1, kann fremjanin av umskapanini ikki skrásetast, fyrr enn freistin hjá kravánarunum at fráboða krøv síni er farin. 284, stk. 6 hevur samband við, at tað í 284, stk. 1 gongur fram, at um kravánararnir hava rætt til at fráboða krøv síni, kunnu kravánararnir fráboða krøv síni í upp til fýra vikur eftir, at avgerðin um at fremja umskapanina er tikin. Uppskotið um at strika 284, stk. 6, er ein avleiðing av ætlaðu broytingini í 284, stk. 1. Henda broyting svarar til broytingina viðvíkjandi samanleggingum, sum er skotin upp í 1, nr Víst verður annars til hesa broyting og viðmerkingarnar. Til nr. 166 (yvirskriftin til 285) Yvirskriftin til 285 í vinnufelagalógini upplýsir, at ásetingini snýr seg um at lata inn umskapanarætlan og váttan frá metingarfólki um støðu kravánaranna. Vinnufelagalógin hevði við sær, at tað í ávísum førum gjørdist møguligt m.a. at velja frá váttan frá metingarfólki um støðu kravánaranna, tá eitt lutafelag verður umskapað til eitt partafelag. Møguleikin fyri at velja hesa váttan frá hevur týdning fyri, hvørji skjøl skulu latast Skráseting Føroya við tí endamáli, at Skrásetingin kann almannakunngera ætlaðu umskapanina, sbr. 285, sbr. eisini 1, nr. 184 í hesum lógaruppskoti. Skotið verður upp í 1, nr. 159 í hesum lógaruppskoti, at tað verður gjørligt hjá lutaeigarunum í semju at velja frá umskapanarætlanina. Skotið verður upp, at tað í yvirskriftini til 285 verður gjørt greitt, at tað ikki altíð verður kravt, at umskapanarætlan og váttan frá metingarfólki um støðu kravánarannam skal sendast Skráseting Føroya, tá ið Skrásetingin verður biðin um at almannakunngera eina fráboðan um ætlaðu umskapanina. Til nr. 167 ( 285) 285 ívinnufelagalogini snýr seg um, at lata inn umskapanarætlan og váttan frá metingarfólki um støðuna hjá kravánarunum Vinnufelagalógin hevði við sær, at tað í ávísum førum gjørdist møguligt m.a. at velja frá váttan frá metingarfólki um støðu kravánaranna, tá eitt lutafelag verður umskapað til eitt partafelag. 139/159

140 Skotið verður upp í 1, nr. 159 í hesum lógaruppskoti, at tað verður gjørligt hjá lutaeigarunum í semju at velja frá umskapanarætlanina. Møguleikin fyri at velja umskapanarætlanina og váttanina frá metingarfólki um støðu kravánaranna frá hevur týdning fyri, hvørji skjøl skulu latast Skráseting Føroya við tí endamáli, at Skrásetingin kann almannakunngera ætlaðu umskapanina. Skotið verður upp at orða 285 av nýggjum við tí endamáli at gera greitt, hvat er galdandi, alt eftir um umskapanarætlanin og/ella váttan frá metingarfólki um støðu kravánaranna er gjørd ella ikki, av tí at tað í verandi orðing ikki er tikin greið støða til hetta. Tað gongur fram av stk. 1, sum verður skotið upp, at ein møgulig umskapanarætlan skal latast Skráseting Føroya. Um umskapanarætlanin er vald frá, skal Skráseting Føroya hava boð um hetta, sbr. uppskotna stk. 2. Tey føri, har ein váttan frá metingarfólki um støðukravánaranna er gjørd, eru løgskipað í uppskotna stk. 3, meðan uppskotið til stk. 4 viðvíkur teimum førum, har váttanin frá metingarfólki er vald frá. Stk. 5 snýr seg um innihaldið í almannakunngering Skrásetingsins av ætlaðu umskapanini. Ætlaða ásetingin í stk. 5 verður altíð at nýta í sambandi við eina ætlaða umskapan av einum lutafelag til eitt partafelag, meðan annaðhvørt stk. 1 ella 2 verða at nýta, og meðan annaðhvørt stk. 3 ella 4 verða at nýta. Í 1, nr. 117 í hesum lógaruppskoti verður skotið upp, at Skráseting Føroya fær heimild at áseta nærri reglur um almannakunngering av samanleggingarætlanum í sambandi við samanleggingar. Um almannakunngjørt verður aðrastaðni enn í KT-skipan Skráseting Føroya, verður sambært samanleggingardirektivinum kravt, at dagfestingin fyri almannakunngeringini av samanleggingarætlanini og ein tilvísing, sum er eitt leinki, ið gevur atgongd til viðkomandi heimasíðu, verður almannakunngjørt í KT-skipan Skráseting Føroya. Reglurnar um umskapan av lutafeløgum og partafeløgum eru grundaðar á reglurnar um samanlegging. Skotið verður tí upp, at heimildin at áseta nærri reglur eisini skal fevna um umskapan av lutafeløgum til partafeløg, sbr. stk. 6. Til nr. 168 ( 286) 286 í vinnufelagalógini snýr seg um avgerðina at fremja eina umskapan. Ásetingin svarar til ásetingina í 134 e, stk. 5-7, sbr. 135, stk. 2 í áðurgaldandi partafelagslóg. Eyðkenni fyri eina umskapan frá lutafelag til partafelag er, at tað í útgangsstøði er talan um eina gongd, sum skal skrásetast í tveimum umførum. Fyrst skal Skráseting Føroya almannakunngera ætlaðu umskapanina, og eftir tað kann avgerð takast um at fremja transaktiónina, sbr. tó stk. 3 niðanfyri. 286, stk. 1 snýr seg um, hvussu long tíð í minsta lagi skal ganga í millum, at Skráseting Føroya almannakunnger ætlaðu umskapanina eftir 285, stk. 5, og avgerðina um at fremja umskapanina. 140/159

141 Eftir galdandi áseting í 286, stk. 1, skulu tað í útgangsstøði vera í minsta lagi fýra vikur ímillum almannakunngering Skrásetingsins eftir 285 og avgerðina um at fremja umskapanina. Skotið verður upp, at hetta heldur fram í stk. 1, men nágreinað verður samstundis, at tað í stk. 2 og 3 eru undantøk frá hesi meginreglu. Um almannakunngering Skráseting Føroya av móttøkuni av eini umskapanarætlan/upplýsing um, at umskapanarætlan er vald frá og ummælið metingarfólksins/upplýsing um, at hetta ummælið er valt frá, er farin fram í tveimum umførum, verður freistin 286, stk. 1, t.e. freistin fyri, nær umskapanina í fyrsta lagi kann fremjast, roknað frá seinnu almannakunngeringini. Hetta verður nágreinað í stk. 1. Vinnufelagalógin hevði við sær, at er talan um eina umskapan, har metingarfólki í váttan síni um støðu kravánaranna er komið til ta niðurstøðu, at kravánararnir eru nóg væl tryggjaðir eftir umskapanina, kunnu lutaeigararnir í semju avgera at víkja frá freistini upp á fýra vikur. Skotið verður upp, at tað verður gjørt greitt í stk. 2, at víkjast kann einans frá hesi freistini upp á fýra vikur, meðan tað ikki kann víkjast frá almannakunngering Skráseting Føroya í sambandi við móttøkuna av umskaparnarætlanini. Avgerðin um at víkja frá freistini upp á fýra vikur kann í fyrsta lagi takast, tá ið Skráseting hevur almannakunngjørt eftir 285. Um váttan metingarfólksins er vald frá, ella um metingarfólkið er komið til ta niðurstøðu, at kravánararnir ikki eru nóg væl tryggjaðir eftir umskapanina, kann ikki víkjast frá teimum fýra vikunum. Uppskotið til nýggja orðing av 286 broyttir ikki hetta. Í 1, nr. 158 í hesum lógaruppskot verður skotið upp, at tað frameftir skal vera gjørligt at velja frá gerð av umskapanarætlan. Um ætlanin er vald frá, og um váttan frá metingarfólki um støðu kravánaranna er gjørd, og metingarfólkið er komið til ta niðurstøðu, at kravánararnir eru nóg væl tryggjaðir, er tað tað gjørligt hjá Skráseting Føroya at fremja samanleggingingar og kloyvingar við bert einum skrásetingarstigi, ein sonevnd straksfusión. Eyðkenni við eini straksfusión er, at neyðugt er ikki, at Skráseting Føroya hevur almannakunngjørt eina fráboðan um ætlaðu samanleggingina, áðrenn avgerðin um at fremja samanleggingina verður tikin. Í hesum førum er tað sostatt gjørligt at byrja við avgerðini um at fremja samanleggingina og síðani at fráboða samanleggingina til Skráseting Føroya. Í slíkum førum skal ummælið metingarfólksins um støðu kravánaranna leggjast við sum skjal til fráboðanina um at fremja samanleggingina. Orsøkin til hesa einfaldaru mannagongd fyri straksfusiónir er, at er samanleggingarætlan ikki gjørd, eru ongar upplýsingar at almannakunngera við atliti at kapitaleigarunum i felagnum. Tað sama er galdandi, um eitt ummæli um støðu kravánaranna er gjørt, har mett verður, at kravánararnir eru nóg væl tryggjaðir eftir transaktiónina; heldur ikki her eru serlig atlit í mun til kravánararnar, av tí at kravánararnir í slíkum førum ikki hava møguleika fyri at fráboða krøv síni. Skotið verður upp í 286, stk. 3, at tað somuleiðis skal vera gjørdligt at fremja umskapanir av lutafeløgum til partafeløg sum straks-transaktiónir, um ætlanin er vald frá í samsvari við broytingina í 278, stk. 2, og um ein váttan um støðu kravánaranna er gjørd, har niðurstøðan er, at kravánararnir eru nóg væl tryggjaðir eftir samanleggingina. Mett verður sostatt, at tað á hesum øki ikki er orsøk til, at munur er á hesum báðum regluverkum. 141/159

142 Ætlaðu broytingarnar í 286, stk. 4-7, eru grundaðar á verandi ásetingar í stk Ásetingarnar eru tó lagaðar til soleiðis, at fyrilit er tikið fyri, at tað ikki altíð er ein umskapanarætlan. Ásetingarnar eru somuleiðs orðaðar á sama hátt sum samsvarandi ásetingarnar um samanleggingar og kloyvingar. Ásetingarnar um nationalar samanleggingar og kloyvingar, samanleggingar og kloyvingar tvørtur um landamørk, uppskotnu ásetingarnar um at flyta heimstað tvørtur um landamørk, umframt ásetingarnar um at umskapa eitt lutafelag til eitt partafelag, eru í tann mun, tað ber til, gjørdar eftir sama leisti, av tí at fleiri ásetingar eru endurtøkur. Við ætlaðu orðingini í 286 er einans talan um lógartøkniligar broytingar. Uppskotið broytir ikki rættarstøðuna. Til 169 (287) 287, stk. 1 í vinnufelagalógini ásetur, hvør kann taka avgerð um umskapanina. Ásetingin svarar til 135, stk. 1, umframt meginreglurnar í 134 e, stk. 1, sbr. 135, stk. 2 í áðurgaldandi partafelagslóg. Skotið verður upp at orða ásetingina av nýggjum, av tí av einstakar nágreiningar verða gjørdar. Áseting er tó í aðrar mátar óbroytt. Galdandi meirilutakrav varð, tá ið ásetingin varð sett inn í lógina, mett á hóskandi hátt at tryggja bæði fyrilitið fyri minnilutanum í lutafelagnum og fyrilitinum fyri ynskinum um at fáa til vega ein praktiskan møguleika at fremja strukturbroytingar á lutafelagsøkinum. Útgangsstøðið fyri meirilutakravinum er, at hvør felagsluttakar hevur eina atkvøðu. Ásetingin er tó orðað soleiðis, at útrokningargrundarlagið er fleksibult. Ætlanin við hesum fleksibilitet er at tryggja, at avgerðin um umskapan verður tikin við teirri atkvøðugreiðslu, sum er vanlig eftir viðtøkunum. Um atkvøtt vanliga verður við støði í umsetningi el. tíl., skal meirilutakravið roknast við støði í hesum. Ásetingin nevnir í 2. pkt. kapitalpartar. Í lutafeløgum eru ikki kapitalpartar, og tað er tískil ein feilur, at 287, stk. 1, 2. pkt. nevnir hesar. Tað er harumframt galdandi eftir anordning nr af 20. september 2007 om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhvervsdrivende virksomheder, at tað m.a. ikki má atkvøðast eftir kapitali. Skotið verður tí upp, at kapitalpartur verður strikað. Talan er um eina lógartøkniliga broyting. Skotið verður sostatt upp í stk. 1, at meirilutakravið heldur fram á tann hátt, at avgerðin um umskapan verður tikið av tí, ið hevur heimild at broyta viðtøkurnar, við 4/5-pørtum av lutaeigarunum ella atkvøðunum hjá hesum. Ásetingin um, at avgerðin um umskapan í lutafelag undir likvidatión einans kann takast, um útlutan til lutaeigararnar ikki er byrjað, heldur fram óbroytt. Ásetingin svarar til samanleggingarásetingina í 246, stk. 1, 2. pkt. Við stovnan er tað eitt grundleggjandi krav, at tekningin av kapitalpørtunum ikki er treytað og ikki fer fram fyri undirkurs. Endamálið við hesum grundleggjandi krøvum er at verja kravánarar kapitalfelagsins. Ein umskapan av einum lutafelag til eitt partafelag kann á fleiri økjum javnsetast við at stovna eitt partafelag við at skjóta inn eina verandi fyritøku; hetta er eisini orsøkin til, at 142/159

143 kravt verður, at ein metingarfrágreiðing verður gjørd í sambandi við slíkar umskapanir, sbr Skotið verður upp at nágreina í 287, stk. 1, 4. pkt., at forboðið fyri at útgeva kapitalpartar fyri undirkurs eisini er galdandi í sambandi við umskapan av lutafeløgum til partafeløg; hetta samsvarar við uppskotnu nágreiningarnar í mun til umskapan av smápartafeløgum til partafeløg og í mun til umskapan av partnarafeløgum til partafeløg. Hetta hevur ikki verið greitt ásett frammanundan. Talan er sostatt um eina kodificering av galdandi rætti. Ætlaða broytingin í 287, stk. 1 broytir ikki rættarstøðuna. Í 1, nr. 158 í lógaruppskotinum verður skotið upp, at tað verður gjørligt hjá lutaeigarunum í semju at velja frá umskapanarætlanina. Skotið verður upp, at nýtt stk. 2 verður sett inn, har nágreinað verður, hvør upplýsingarskylda leiðslunnar er, um ætlanin er vald frá. Skotið verður harumframt upp, at tað sum eitt nýtt stk. 3 verður sett krav um, at er ætlanin vald frá, skulu lutaeigararnir í sambandi við avgerðina um at fremja umskapanina taka støðu til fleiri grundleggjandi viðurskifti, sum høvdu verið lýst í ætlanini, um henda var gjørd. Ætlaða mannagongdin svarar til ta mannagongd, sum er galdandi fyri samanleggingar og kloyvingar, um ætlanin er vald frá. Ætlaða orðingin í stk. 2 svarar til ta áseting, sum skotið verður upp at seta inn sum nýtt stk. 2 í 248 um samanleggingar, sbr. 1, nr. 121 í hesum lógaruppskoti. Víst verður annars til hesar viðmerkingar. Ætlaða orðingin í stk. 3 svarar sostatt til galdandi áseting í 248, stk. 2 viðvíkjandi samanleggingum, sum skotið verður upp at orða av nýggjum, sbr. 1, nr. 121 í hesum lógaruppskoti. Víst verður annars til hesar viðmerkingar. Til nr. 170 ( 289) 289 í vinnufelagalógini viðvíkur skráseting av eini umskapan frá lutafelag til partafelag. Ásetingarnar um samanleggingar og kloyvingar, umframt ásetingarnar um at umskapa eitt lutafelag til eitt partafelag, eru í tann mun, tað ber til, gjørdar eftir sama leisti, av tí at fleiri ásetingar eru endurtøkur. Ásetingarnar í stk. 1 áseta, at avgerð um at fremja umskapanina skal skrásetast ella fráboðast til skrásetingar. Skrásetingin skal vera framd ella fráboðað til skrásetingar hjá Skráseting Føroya í seinasta lagi tvær vikur eftir, at avgerðin um at fremja umskapanina er tikin. Umskapanarskjølini skulu í útgangsstøði sendast inn saman við skrásetingini av umskapanini ella fráboðanini til skráseting um, at umskapanin verður framd. Um nevndu skjøl eru send inn saman við umbøn um, at Skráseting Føroya almannakunnger móttøkuna av upplýsingum um ætlaðu umskapanina, heruppií eisini ein møgulig umskapanarætlan, 143/159

144 skulu skjølini ikki sendast inn av nýggjum. Hava lutaeigararnir í semju gjørt av, at skjølini skulu ikki gerast, skulu skjølini, sum eru vald frá, sjálvsagt ikki sendast inn. Í stk. 2 verður skotin upp freistin fyri, nær skrásetingin av umskapanarætlanini, ella fráboðanin til skrásetingar av umskapanarætlanini, í seinsta lagi skal vera móttikin á Skráseting Føroya. Ásetingin hevur samband við uppskotið í 1, nr. 158 í hesum lógaruppskoti, har skotið verður upp, at tað ikki skal arbeiðast við roknskaparliga virknaðinum av umskapanini av einum lutafelag, við avmarkaðari ábyrgd, til eitt partafelag. Sum ein avleiðing av hesum verður skotið upp at broyta 289, stk. 2. Uppskotna broytingin hevur við sær, at fráboðanin um fremjanina av eini umskapan av einum lutafelag, við avmarkaðari ábyrgd, til eitt partafelag frameftir skal vera móttikin í seinasta lagi 1 ár eftir, at Skráseting Føroya hevur almannakunngjørt ætlaðu umskapanina, sbr Í stk. 3 verður skotið upp, at galdandi treytir fyri, at ein umskapan kann skrásetast, halda fram, tó við einstøkum nágreiningum. Treytirnar í stk. 3, nr. 1, 2 og 4, samsvara við uppskotnu broytingina viðvíkjandi samanleggingum í 250, stk. 1, nr Víst verður tískil til hesar viðmerkingar, sbr. 1, nr. 125 í hesum lógaruppskoti. 287, stk. 4 í vinnufelagalógini ásetur, at um val av evstu leiðslu og møguligum grannskoðara ikki verður gjørt beinanvegin eftir, at aðalfundurin hevur samtykt at fremja umskapanina, skal aðalfundur, ið skal velja evstu leiðslu og møguligan grannskoðara, haldast í seinsta lagi tvær vikur eftir, at umskapanin er samtykt. Aðalfundurin skal harumframt avgera, hvørt komandi ársroknskapir partafelagsins skulu grannskoðast, um partafelagið ikki er fevnt av grannskoðanarskylduni í ársroknskaparlógini ella aðrari lóggávu. Skotið verður upp, at nágreinað verður í 289, stk. 3, nr. 3, at tilvísingin til 287, stk. 4, um val av leiðslu og møguligum grannskoðara snýr seg um val av limum til evstu leiðsluna, so samband verður millum ásetingarnar báðar. Ásetingin svarar annars til ætlaðu broytingina viðvíkjandi samanleggingum í 250, stk. 1, nr. 4, sbr. 1, nr. 125 í hesum lógaruppskoti. Víst verður til hesar viðmerkingar. Skotið verður upp, at nágreinað verður, við at seta nr. 5 í 289, at tað eisini er ein treyt fyri skráseting, at nevndin ella eftirlitsráðið, alt eftir leiðsluskipanini í umskapaða partafelagnum, hevur sett ein stjórn. Í partafeløgum verður altíð kravt, at felagið hevur eina stjórn, umframt annaðhvørt nevnd ella eftirlitsráð. Skotið verður upp, at stk. 4 heldur fram óbroytt, t.e. at umskapan lutafelagsins til partafelag framvegis verður mett sum farin fram, tá ið viðtøkur felagsins eru broyttar soleiðis, at tær lúka lógarinnar krøv til partafeløg, og tá ið umskapanin er skrásett í KT-skipan Skráseting Føroya. Hetta samsvarar við tað, sum er galdandi fyri aðrar umskapanarmøguleikar, sum eru løgskipaður í vinnufelagslógini. Uppskotini til stk. 5 og 6 eru framhald av galdandi ásetingum í 289, stk. 5 og 6, tó við málsligum broytingum. Hetta merkir, at partabrævabók í dag av røttum verður kallað eigarabók. Skotið verður upp, at stk. 7 heldur fram óbroytt. Ásetingin svarar til galdandi áseting um samanlegging í 251, stk. 4, sum ásetur reglur í sambandi við, at partafelagið ognar sær fíggjarvirði frá stovnara. 144/159

145 Talan er einans um lógartøkniligar broytingar, tó ikki ásetingin í uppskotna stk. 2. Uppskotna orðingin í 289 broytir ikki rættarstøðuna. Til nr Í yvirskriftini til kapittul 17 og í 290, 291, stk. 6, og 292, stk. 3, verður einum øðrum marknaði til multilateralur handilsfasilitetur Ein røð av ásetingum í vinnufelagalógini nevna aðrar (alternativar) marknaðir. Heitið alternativir marknaðir stavar frá fíggjarligu lóggávuni. Talan er um redatktionella broyting orsakað av, at alternativir marknaðir í fíggjarligu lóggávuni nevnast multilateralir handilsfasilitetir Til nr. 172 ( 299, stk. 1) Eitt útlendskt felag kann hava eina føroyska deild. 299, stk. 1, snýr seg um navn deildarinnar og møgulig hjánøvn. Eftir uppskotinum til broyting av 347, st. 1, verður tað nágreinað, at reglurnar um navn deildarinnar og møgulig hjánøvn skulu fylgja reglunum, sum galdandi eru fyri føroysk partafeløg og smápartafeløg. Fyri deildir eru serreglur galdandi í 299, stk. 2, um tilskilan av navni á handilsskjølum o.a., og er tað orsøkin til, at tað í uppskotinum til broytta orðing av 347, stk. 1, ikki verður víst til 2, stk. 4. Reglurnar í 2, stk. 1-3, og 3, í vinnufelagalógini verða hinvegin nýttar uppá navn deildarinnar og møgulig hjánøvn. Til nr. 173 (Kapittul 19 a Íverksetarafeløg) Skotið verður upp, at tað skal verða møguligt at stovna eitt serligt slag av smápartafeløgum við einum felagskapitalið, sum víkir frá teimum kaptalkrøvum, sum eru nevnd í 4, stk. 2, í vinnufelagalógini. Hetta felagasniðið verður nevnt íverksetarafelag við lógfestum einkarætti at nýta styttingina ÍVF. Endamálið við hesum vinnifelagasniðnum er at lætta um treytirna fyri íverksetarar soleiðis, at tað er møguligt at byrja fyritøku í regi av kapitalfelagi við avmarkaðari hefting, hóast tað ikki í sambandi við stovnanina er møguligt at lúka tey formligu kapitalkrøvini, sum ásett í 4, stk. 2. Tá íverksetarafelagasniðið verður nýtt, er møguligt hjá kapitaleigarunum at spara upp til at lúka generellu minstu kapitlakrøvini í 4, stk. 2, uppá kr. við tað, at tað áliggur íverksetarafelagnum at avseta 25% av felagsins yvirskoti til bundnan tiltakspening til at byggja upp felagsins kapitalgrundarlag. Grundleggjandi kravið um at kapitaltilbúgving kapitalfelagsins til eina og hvørja tíð skal vera fullgóð verður tó eisini nýtt fyri íverksetarafeløg. Sostatt skal kapitaltilbúgving kapitalfelagsins til eina og hvørja tíð vera fullgóð, heruppií at nóg mikið av gjaldføri er til at nøkta verandi og komandi skyldur kapitalfelagsins, so hvørt sum tær fella til gjaldingar. 145/159

146 Sum tað annars er føri innanfyri karmarnar av vinnufelagalógini, har tað skulu galda serligar ásetingar, verður skotið upp, at ásetingarnar um íverksetarafeløg verða savnaðar í eitt serlig kapittul. Annars eru ásetingarnar í vinnufelagalógini galdandi við neyðugum tillagingum, har tað eru umstøður, sum víkja frá viðkomandi vinnufelagasniði. 309 a Sum tað framgongur av viðmerkingunum til 1, nr. 5, er eitt íverksetarafelag eit serligt slag av av smápartafelag. Tað serliga fyri íverksetarafeløg er, at tað galda serreglur viðvíkjandi felagsins kapitalviðurskiftum. Skotið verður upp, at reguleringin av hesum verður savnað í ein serligum kapittul 19 a. Tað framgongur av stk. 1 í uppskotinum, at eitt íverksetarafelag er fevnt av reglunum í vinnufelagalógini uttan so, at annað gongur greitt fram av kapittul 19 a. Hetta hevur samsvarandi við sær, at tá smápartafeløg verða nevnd í aðrari lóggávu, t.d. ársroknskaparlógini og skattalóggávuni, so fevnir tað bæði um smápartafeløg ogtey serlgu smápartafeløgini, nevnd íverksetarafeløg. Í stk. 2, verður skotið upp, at tað fyri íverksetarafeløg sum ikki ber til í øðrum kapitalfeløgum - er møguligt at stovna eit íverksetarafelag bert við einum felagskapitali uppá 1 kr. soleiðis, at tað er í minsta lagi ein kapitalpartur í felagnum. Tað er hinvegin einki sum forðar fyri at skjóta eina størri pphædd inn í felagið alat eftir kapitaleigarans fíggjarligu møguleikum, og felagsins aktuella kapitaltørv.. Reglurnar um at kapitalfelagsins kapitaltilbúgving til eina og hvørja tíð skal vera fullgóð eru eisini galdandi fyri íverksetarafeløg, sum hevur við sær, at tað veldst um felagsisn virksemi og økonomisku støðu, hvat í ítøkiliga felagnum er fullgóð kapitaltilbúgving. Við tað at kapitalkravið eftir umstøðunum er lítið, kann felagskapitalurin í einum íverksetarafelag bert verða inngoldin í reiðum peningi, og ásetingin í 33 um partvísa rindan av felagskapitalinum er ikki viðkomandi í hesum sambandinum. Tað er týðandi, at tað er kunnugt fyri umheimin, heruppií m.a. felagsins medarbeiðarar, samstarvspartar, myndugleikar og kravánarar, at tað er talan um eitt kapitalfelag, sum er undir teimum í vinnufelagalógini ásettu rammum, serliga viðvíkjandi avmarkaðu fíggjarligu ábyrgingini og serligu krøvini til felagskapitalin fyri íverksetarafeløg. Skotið verður tí upp í stk. 3, at íverksetarafelag skal nýta eitt serligt heiti Íverksetarafelag stttingina ÍVF : 309 b Málbólkurin fyri íverksetarafelagnum er, sum navnið bendir á, fyrst og fremst íverksetarar, sum hava hug at seta gongd á eitt handilsigt potentiali, men sum hvørki í byrjunarfasuni hava fíggjarliga orkuat ella neyðturviliga hava tørv á einum størri kapitalgrundarlagi. Hesin málbólkurin fær nú í boðið at byrja vinnufyritøku innanfyri vinnufelagarættarligar rammur við avmarkaðari fíggjarligari ábyrging. Vísir tað seg, at vakstrarmøguleikar eru í fyritøkuni, kann felagið innanfyri rammurnar av vinnufelagalógini mennast og við tí umskrásetast til eitt veruligt smápartafelag, ella velja at umskrástast til partafelag. Hinvegin er ikki møguligt eitt smápartafelag verður umskrásett tu íverksetarafelag. Sum avleiðing av at tað ikki er krav um at lúka eitt minsta kapitalkrav og fyri at sleppa undan misbrúki, verður skotið upp í stk. 1, at felagið hvørt ár skal seta av 25 pst. av felagsins 146/159

147 yvirskotið til serligan tiltakspening, sum skal verða við til at byggja upp felagsins kapitalgrundarlag, sbr. 3, nr. 3 í uppskotinum. Einki forðar fyri, at felagið velur at seta av ein størri part. Eftir somu atlitum um kapitalvernd verður skotið upp í stk. 2, at eitt íverksetarafelag ikki kann luta út vinningsbýti, undir hesum serligt vinningsbýti, fyrr enn felagskapitalurin og tiltakspeningurin til at byggja upp felagsins kapitalgrundarlag í minsta lagi er kr., samsvarandi minsta kapitalkravið fyri smápartafeløg, sbr. 1, nr. 4 í uppskotinum. Restin av felagsins yvirskotið verður flutt til fríðan tiltakspening, og hesar ognir kunnu, tá felagskapitalurin og tiltakspeningur til at byggja upp felagsins kapitalgrundarlag er í minsta lagi kr., nýtast til útbýti eftir reglunum í vinnufelagalógini um hetta. 309 c Við tað at íverksetarafelagið er eitt serligt slag av smápartafelagi, kann felagið verða umskrásett til veruligt smápartafelag. Skotið verður upp, at avgerð aðalfundarinnar um at umskráseta verður tkin við tkin við tí atkvøðumeiriluta, sum krevst til viðtøkubroytingar, sbr. 106 í vinnufelagalógini. Felagsins kravánarar skul ikki samtykkja í umskrásetingini. Í stk. 2, verður skotið upp, at tað er ein treyt fyri umskráetingini, at tað verður gjørd ein váttan frá metingarfólki, sbr. 37, um at kapitalurin er til steðar. 309 d Í 309 d verður skotið upp, at skifti til vanligt smápartafelag verður mett at vera framd, tá umskrásetingin er framd í kt- skipan Skráseting Føroya. Sum liður í umskrásetingini verður tiltakspeningurin til at byggja upp felagsins kapitalgrundarlag fluttur til felagskapitalin. Tað skal ikki takast serlig avgerð um tað. Í sambandi við umskrásetingina av íverksetarafelagnum til vanligt smápartafelag skal leggjast við rættaðar viðtøkur, har m.a. felagins navn og felagskapitalur er broyttur. Hetta felagssnið vendur sær serliga til íverksetarar, t.v.s oftani ein persónur ella nakrir fáir samstarvspartnarar, sum taka aktivt lut í felagsins rakstri. Roknast má tí við, at hesir persónir verða tiknir við, tá støða skal takast til, um íverksetarafelagaið skal umskrásetast til eitt smápartafelag. Tað er tí mett, at tað ikki er neyðugt at seta nærri ásetingar um kunning av luttakarum í vinnufelagnum, sum møguliga ikki eru vitandi um avgerðina um at umskráseta felagið. Tað áliggur tó felagnum, at tryggja, at allir luttakarar í vinnufelagnum eru kunnaðir um avgerðina, um tað eru luttakarar, sum ikki hava luttikið í avgerðini. Til nr. 175 ( 313, stk. 2) Í 313, stk. 2, er ásett, at reglurnar um endurgjaldsskyldu í stk. 1 verða at nýta samsvarandi, tá talan er um endurgjaldskyldu fyri metingarfólk, førarar av eigarabókum og rannsóknarfólk. Eftir gomlu partafelagslógini vóru m.a. grannskoðarar eisini fevndir, og tað var við vinnufelagalógini ikki ætlanin at broyta tað, og tað er tí ein feilur, at grannskoðaarar ikki eru nevndir í stk. 2, og verður skotið upp at rætta hetta. Til nr. 176 (319, stk. 1) 147/159

148 319, stk. 1, ásetir, at brot á nevdu ásetingar verður revsað við bót. Orsakað av uppskotinum um at broyta 42, sbr. 1, nr. 24, í uppskotinum, verður skotið upp, at 319, stk. 1, pkt. 1, verður broytt samsvarandi hesum. Selskabslovens 367, stk. 1, fastslår, at overtrædelse af de opregnede bestemmelser straffes med bøde. Sum avleiðing av at tað verður skotið upp at seta ásetingar um íverksetarafeløg, sbr. 1, nr. 173, í uppskotinum, verður skotið upp at broyta revisásetingina. Brot á ásetingarnar í uppskotinum um íverksetarafeløg, 309 a- 309 d, kunnu sostatt vera revsað við bót. Til nr. 177 ( 319, stk. 4) Í 319, stk. 4, er ásett, at tað í kunngerðum settum sbrt. ásetingum í vinnufelagalógini, kann bót verða ásett sum revsing. Skotið verður upp, at orða ásetingina av nýggjum, við redaktionellum broytingum. Til 178 ( 322, stk. 1) Til 2 Eftir anordning nr af 20. september 2007 om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhvervsdrivende virksomheder (vinnufyritøkulógin) er skráseting ein treyt fyri at útinna vinnuvirksemi í sniðnum felag við avmarkaðari ábýrgd. Lógin om visse erhvervsdrivende virksomheder er tó bert ein skrásetingarlóg, og tað tí avtalufrælsi at áseta viðtøkurnar hjá luttakarunum. Í Danmark gjørdu fleiri sakkøn vart við, at felagasniðið vinnufelag við avmarkaðari ábyrgd, stytt VFAÁ, í Danmark stytt SMBA (selskab med begrænset ansvar) er lítið gjøgnumskygd og tí tess størri vandi fyri sviki, og har hava kanningar víst, at felagasniðið SMBA munandi oftari fara á húsagang ella verða tvingsilsavtikin. Tað er avgerandi fyri at skapa vøsktur, at tað eru góðar rammutreytir at stovna nýggjar fyritøkur. Samstundis er eisini tørvur á ávísum gjøgnumskygni fyri at sleppa undan sviki og ójavnari kapping millum fyritøkur. Tað er tí ynskiligt, at fleiri fyritøkur nýta eitt lógregulerað felagasnið, har tað sum tað ikki er eftir vinnufyritøkulógini (lov om visse erhvervsdrivende virksomheder), har tað eru fá lógarkrøv galdandi eru krøv til leiðslu, kapital, og gjøgnumskygni samstundis, sum ein ávísur fleksibilitetur verður varðveittur til gagns fyri íverksetarar. Skotið verður tí upp, at seta nýggjar ásetingar í vinnufelagalógina um eitt nýtt felagasnið, nevnt íverksetarafelag, sum er eitt nýtt serligt slag av smápartafelag, tó við serreglum um felagsins kapital, m.a. at tað bert er krav um við stovnan, at felagið hevur ein felagskapital uppá 1 kr. 148/159

149 Til tess at fáa fleiri at nýta hetta felagasniðið verður samstundis skotið upp, at tað pr. 1. Juni 2016 ikki skal verða møguligt at stovna nýggj feløg við sniðnum VFAÁ. Uppskotið hevur við sær broytingar í 1, 3, 21 a, 21 b, 21 c og 21 d í vinnufyritøkulógini. Hesar broytingar eru umrøddar niðanfyri undir nr. 1, 3, 8 og 9. Aðrar broytingar eru um talgilt samskifti, nr. 5, um heimild til Skráseting Føroya at áseta reglur um m.a gjøld, nr. 6, um máltøl fyri undirumboðaða kynininum í leiðsluni hjá fyritøkum, nr. 2 og 7. Til nr. 1 Í 1, stk. 2, í anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhvervsdrivende virksomheder er ásett, hvørjar fyritøkur eru fevndar av lógini, m.a. vinnufeløg við avmarkaðari ábyrgd. Lov om visse erhvervsdrivende virksomheder nevnir í 1, stk. 2, tær fyritøkur, sum eru fevndar av lógini, m.a. vinnufeløg við avmarkaðari ábyrgd. Skotið verður upp at áseta eitt nýtt stk. 2, sum staðfestir, at loyvt er einans at stovna vinnufeløg við avmarkaðari ábyrgd fram til 1. juni Til nr. 2 Tilvísingin tryggjar, at ognarfeløg og kommandittfeløg eisini verða fevnd av reglunum í uppskotinum um máltøl fyri undirumboðaða kynininum í leiðsluni hjá fyritøkum, sbr. 2, nr. 7 í uppskotinum. Til nr. 3 Í 3 í vinnufyritøkulógini verður allýst hvat skilst við eina fyritøku við avmarkaðari ábyrgd. Fyritøkur við avmarkaðari ábyrgd, ið eru fevndar av lov om visse erhvervsdrivende eru virksomheder, fevna um vinnufeløg við avmarkaðari ábyrgd (VFÁB), lutafeløg við avmarkaðari ábyrgd (LFVÁB) og felagsskapir við avmarkaðari ábyrgd (FVÁB). 3 er sostatt ein samlað allýsingaráseting, tó at eitt LFVÁB eisini skal lúka treytina í 4 í lógini. Eitt FVAB hevur eyðkenni frá vanliga felagsskapsrættinum. Vanliga kann ein og hvør gerast limur í felagsskapinum, og virksemi hjá felagsskapinum verður fíggjað við limagjaldi. Um felagsskapurin fremur fíggjarligu áhugamálini hjá limunum við sínum vinnurakstri, er felagsskapurin fevndur av lov om visse erhvervsdrivende virksomheder og skal tí skrásetast hjá Skráseting Føroya. Mett verður ítøkiliga um, hvørt felagsskapurin er fevndur av lov om visse erhvervsdrivende virksomheder, ella hvørt talan er um ein ideellan felagsskap, sum einans skal skrásetast í samsvari við skatta- og avgjaldsreglurnar. Í lov om visse erhvervsdrivende virksomheder verður skilt ímillum vinnuligt og ideelt virksemi; íblásturin til hetta kemur úr svenskum rætti, sbr. Lagen om ekonomiska föreninger. Henda lóg verður at nýta fyri felagsskapir, ið hava til endamáls, gjøgnum fíggjarligt virksemi, at fremja fíggjarligu áhugamálini hjá limunum, og har limirnir luttaka eftir nærri ásettum treytum. Svenskur rættur leggur dent á, at bæði endamál og veruligt virksemi eru fíggjarlig, tá ið avmarkingar skulu avgerast. Lov om visse erhvervsdrivende virksomheder fevnir einans um teir ideellu felagsskapir, ið reka vinnuvirksemi, og sum í ikki-ótýðandi mun fremja fíggjarligu áhugamál limanna. 149/159

150 Eitt VFVÁB hevur eyðkenni frá vinnufelagsrættarligu meginreglunum. Endamálið við einum vinnufelag við avmarkaðari ábyrgd er sostatt við støði í vinnuliga virkseminum at fáa ein vinning, sum kann latast luttakarunum sum vinningsbýti. Sum avleiðing av, at tað frameftir ikki skal vera gjørligt at stovna nýggj VFVÁB verður skotið upp, at 3, 1. pkt., í vinnufyritøkulógini verður broytt soleiðis, at tað verður nágreinað, at vinnufeløg við avmarkaðari ábyrgd eftir hesi lóg merkir lutafeløg við avmarkaðari ábyrgd og felagsskapir við avmarkaðari ábyrgd. Til nr. 4 Sum avleiðing av, at tað frameftir ikki ber til at stovna nýggj vinnufeløg við avmarkaðari ábyrgd, verður skotið upp, at ásett verður nýtt stk. 2. Hetta nágreinar, at fyri vinnufeløg við avmarkaðari ábyrgd, sum eru stovnað áðrenn 1. juni 2016, galda lógarásetingarnar fyri vinnufeløg við avmarkaðari ábyrgd samsvarandi, tó við neyðugum tillagingum. Til nr. 5 Víst verður til viðmerkingarnar til 1, nr. 6, í uppskotinum. Til nr. 6 Víst verður til viðmerkingarnar til 1, nr. 9, í uppskotinum. Til nr. 7 Víst verður til 1, nr. 60, í uppskotinum Til nr a í vinnufyritøkulógini staðfestir, at ein fyritøka við avmarkaðari ábyrgd kann luttaka í eini samanlegging. Sum avleiðing av, at tað frameftir ikki ber til at stovna nýggj vinnufeløg við avmarkaðari ábyrgd, verður skotið upp, at ásett verður nýtt stk. 2, sum nágreinar, at tað er ikki gjørligt at stovna eitt nýtt vinnufelag við avmarkaðari ábyrgd sum partur av eini beinleiðis samanlegging millum tvær fyritøkur við avmarkaðari ábyrgd. Tað er tó einki sum forðar fyri, at tvey verandi vinnufeløg við avmarkaðari ábyrgd leggja saman soleiðis, at annað felagið við avmarkaðari ábyrgd gerst felagið, sum heldur fram (tað framhaldandi felagið). Til nr b í vinnufyritøkulógini staðfestir, at ein fyritøka við avmarkaðari ábyrgd kann luttaka í eini kloyving. Sum avleiðing av, at tað frameftir ikki ber til at stovna nýggj vinnufeløg við avmarkaðari ábyrgd, verður skotið upp, at ásett verður nýtt stk. 2, sum nágreinar, at tað er ikki gjørligt at stovna eitt nýtt vinnufelag við avmarkaðari ábyrgd sum partur av eini kloyving. Tað er tó einki sum forðar fyri, at eitt verandi vinnufelag við avmarkaðari ábyrgd luttekur í eini kloyving, bæði sum felagið, ið letur frá sær uttan at halda uppat, ella sum móttakandi framhaldandi felag. 150/159

151 Til 3 Til nr. 1 Ársroknskaparlógarinnar 35 b, stk. 1, snýr seg um ikki inngoldnan virkiskapital. Broytingin av 35, b umframt av skema 1 og 2 í skjali 1 - er ein avleiðing av, at tað verður skotið upp, at broyta vinnufelagalógarinnar 33 soleiðis, at tað ikki longur skal vera eitt krav, at allur yvirskursurin skal inngjaldast beinanvegin, tá nýggir kapitapartar verða teknaðir í einum í smápartafelag. Mett verður hóskandi, at tað skal stovnsetast ein reservi (tiltøkupeningur), sum svarar til ikki inngoldna yvirskursin. Við tí verður tryggjað, at yvirkursurin ikki kann nýtast til útbýti e.l., áðrenn hann er inngoldin. Hetta svarar til tann verandi reservan fyri ikki inngoldnan virksikapital. Til nr. 2 Ársroknskaparlógarinnar 35 b, stk. 2 og 3, snýr seg ávikavist brotto- og nettonpresentatión í sambandi við ikki inngoldnan virkiskapital. Broytingin av 35, b, stk. 2 og 3, er ein avleiðing av, at tað verður skotið upp, at broyta vinnufelagalógarinnar 33 soleiðis, at tað ikki longur skal vera eitt krav, at allur yvirskursurin skal inngjaldast beinanvegin, tá nýggir kapitapartar verða teknaðir í einum í smápartafelag. Skotið verður upp, at 35 b, stk. 2 og 3, verða broytt samsvarandi hesum. Til nr. 3 Ásetingin er ein avleiðing av, at tað í vinnufelagalógini verður ásett eitt serligt slag av smápartafeløgum, íverksetarafelag. Endamálið við ásetingini er at tryggja, at tað í íverksetarafeløgum verður avsett ein partur av ársútslitinum til ein serligan reserva, til felagkapitalurin og tann serliga bundni reservin er uppá í minsta lagi kr. Ásetingin svarar til ta áseting í 309 b, sum er skotin upp at seta í vinnufelagalógina, sbr. 1, nr. 173 í uppskotinum Reservin kann ikki nýtast til útbýti ella minkast við undirskotið. Reservin kann sostatt einans verða fluttur til felagskapital ella minkast í tann mun tey sum eiga fyritøkuna hækka fyritøkukapitalin, t.d. við nýggjum innskotið. Til nr a Skotið verður upp, at tað í ársroknskaparlógini verður sett eitt nýtt upplýsingarkrav í 99 a um frágreiðing um samfelagsábyrgd. Upplýsingarkravið hevur við sær, at fyritøkurnar, sum eru fevndar av ásetingini, skulu greiða frá sínum politikki og siðvenju fyri samfelagsábyrgd. Fyritøkan skal upplýsa, um hon ikki hevur ein politikk fyri samfelagsábyrgd. 151/159

152 Kravið um samfelagábyrgd hevur ikki bakstøði í ES- dirketivum, men onnur lond, eitt nú Noreg hevur samsvarandi ásetingar í norsku regnskapsloven. Eftir 99 a, stk. 1, 1. pkt. eru stórar fyritøkur í roknskaparflokki C fevndar av kravinum. Sipað verður til fyritøkur, sum tvey ár á rað fara upp um tvey av trimum støddarmørkum fyri miðalstórar fyritøkur. Hetta merkir ein javni upp á 143 mió kr., ein nettoumsetning upp á 286 mió kr. og eitt miðaltal av fulltíðar starvsfólkum í einum roknskaparári upp á 250, sbr. 7, stk. 2, nr. 2 og 3 í ársroknskaparlógini. Kravið fevnir eisini um fyritøkur í roknskaparflokki D. Hetta eru fyritøkur, sum hava virðisbrøv, upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði í einum ES/EØS-landi, og landspartafeløg, sbr. 7, stk. 1, nr. 4, og 102 í ársroknskaparlógini. 102 ásetur, hvørjar reglur í ársroknskaparlógini galda fyri fyritøkur, sum eru fevndar av roknskaparflokki D. Fyri fyritøkur, sum eru partur av einum samtaki, verða skotnir upp nakrir lættar í 99 a, stk. 5 og 6. Lættarnir kunnu brúkast av bæði stórum fyritøkum í roknskaparflokki C og fyritøkum í roknskaparflokki D. Ásetingarnar um frágreiðing um samfelagsábyrgd galda harumframt fyri samtaksroknskapin, sbr. tilvísingin í 128, stk. 2. Nevnda áseting nevnir tær reglur um leiðslufrágreiðingina, sum verða at nýta samsvarandi fyri leiðslufrágreiðingina hjá samtakinum. Samfelagsábyrgdin hjá fyritøkum verður eftir 99 a, stk. 1, 2. pkt. at skilja soleiðis, at fyritøkurnar sjálvbodnar integrera atlit at m.a. mannarættindum, sosialum viðurskiftium, umhvørvis- og veðurlagsviðurskiftum umframt basan av korruptión í handilsmannagongdum og handilsvirksemi. Tað er sostatt sjálvboðið fyri fyritøkurnar, um tær vilja arbeiða við samfelagábyrgd á einum ella fleiri av omanfyrinevndu økjum, umframt tað, sum tær hava skyldu til eftir lógini. Hevur fyritøkan ongan politikk fyri samfelagsábyrgd, skal hetta upplýsast, sbr. 99 a, stk. 1, 3. pkt. í uppskotinum. Kravt verður ikki, at fyritøkan skal grundgeva fyri hesum. Hevur fyritøkan ein politikk fyri samfelagsábyrgd, skal frágreiðingin innihalda tær upplýsingar, sum ganga fram av 99 a, stk. 2, nr. 1-3, sum nevna yvirskipaðu krøvini til innihaldið í frágreiðingini um samfelagsábyrgd. Av teimum orsøkum, sum eru nevndar í 3. pkt. í 3. parti í almennu viðmerkingunum, hevur uppskotið ikki neyv krøv til innihaldið í frágreiðingini. Tá ið fyritøkan ger sína frágreiðing, kann fyritøkan eitt nú taka støði í ST-meginreglunum um samfelagsábyrgd í Global Compact. Víst verður til pkt. 3.5 í almennu viðmerkingunum. Sambært 99 a, stk. 2, nr. 1 skal frágreiðingin innihalda eina umrøðu av politikki fyritøkunnar fyri samfelagsábyrgd, um fyritøkan hevur hendan. Politikkurin kann sum nevnt m.a. snúgva seg um átøk fyritøkunnar fyri at fremja mannarættindi og arbeiðstakararættindi, betra um umhvørvið, minka um árini á veðurlagið og um at virka móti korruptión. Politikkur í hesum føri er í víðum høpi at skilja sum innanhýsis leiðreglur, málsetningar, strategiir ella onnur skjøl, sum lýsa, hvussu fyritøkan arbeiðir við samfelagsábyrgd. 152/159

153 Somuleiðis skal fyritøkan upplýsa um møgulig aðalkrøv, leiðreglur ella meginreglur fyri samfelagsábyrgd, sum fyritøkan nýtir. Eftir 99 a, stk. 2, nr. 2, skal fyritøkan greiða frá, hvussu hon fremur sín politikk í verki, heruppií eisini greiða frá møguligum skipanum og mannagongdum. Talan kann eitt nú vera um leiðsluskipanir, eftirlitsskipanir, eftirmetingar ella aðrar mannagongdir, sum á skipaðan hátt eftirkanna, hvussu politikkurin verður settur í verk. Frágreiðingiin skal eisini upplýsa, um hon er góðkend sambært eini góðkenniningarskipan fyri annaðhvørt mannagongdir ella vørur (merkingarskipanir). At enda skal fyritøkan eftir 99 a, stk. 2, nr. 3, meta um, hvat úrslitið í roknskaparárinum er av arbeiðinum við samfelagsábyrgd, umframt upplýsa um møguligar væntanir til arbeiðið frameftir. Kravt verður ikki, at fyritøkan skal meta um, hvørji fíggjarlig úrslit arbeiðið við samfelagsábyrgd hevur havt við sær. Eftir 99 a, stk. 3, 1. pkt., skal frágreiðingin um samfelagsábyrgd setast í annaðhvørt í leiðslufrágreiðingina í ársfrásøgn fyritøkunnar ella í skjal til leiðslufrágreiðingina. Í 2. pkt. verða nevndir tveir aðrir møguleikar at almannakunngera frágreiðingina. Um frágreiðingin verður latin í einum skjali, skal vísast til hetta skjal í leiðslufrágreiðingini, og tað skal í skjalinum vera púra greitt, at skjalið er partur av leiðslufrágreiðingini, sbr. 2, stk. 1, nr. 2 í ársroknskaparlógini. Er frágreiðingin um samfelagsábyrgd nevnd í annaðhvørt leiðslufrágreiðingini ella í einum skjali til leiðslufrágreiðingini, verður frágreiðingin fevnd av tí ummæli, sum grannskoðari skal gera av leiðslufrágreiðingini eftir 135, stk. 5 í ársroknskaparlógini. Í sambandi við grannskoðanina av ársroknskapinum og einum møguligum samtaksroknskapi skal grannskoðarin ansa eftir, at upplýsingarnar í leiðslufrágreiðingini eru í samsvari við upplýsingarnar í ársroknskapinum og einum møguligum samtaksroknskapi. Grannskoðari skal ummæla hetta. Í 99 a, stk. 3, 2. pkt. verður skotið upp, at fyritøkurnar heldur enn at taka frágreiðingina um samfelagsábyrgd við í leiðslufrágreiðingini fáa møguleika fyri at velja ímillum tveir aðrar møguleikar at almannakunngera; annaðhvørt í eini ískoytisfrágreiðing til ársfrásøgnini ella á heimasíðu fyritøkunnar, har víst verður til leiðslufrágreiðingina. Fyritøkur, sum gera eina sjálvstøðuga frágreiðing um arbeiðið við samfelagsábyrgd, ið lýkur krøvini til frágreiðingina, sbr. stk. 2, kunnu t.d. nýta hesa frágreiðing og tí annaðhvørt leggja hesa við sum ískoyti til ársfrásøgnina ella almannakunngera hana á heimasíðu felagsins við tilvísing í leiðslufrágreiðingini. ½ Einstaka fyritøkan avger sjálv, hvussu almannakunngjørt verður. Á henda hátt verður tryggjaður størst møguligur fleksibilitetur fyri fyritøkurnar, sum kunnu nýta júst ta almannakunngering, sum hóskar best í mun til samskifti við interessentarnar. Uttan mun til hvørja almannakunngering fyritøkan velur, hevur leiðslan ábyrgd av upplýsingunum og almannakunngeringini av hesum í samsvari við lógarkrøvini, sbr í ársroknskaparlógini, sum eisini fevnir um upplýsingarnar eftir 99 a, sum fyritøkan velur at lata í eini ískoytisfrágreiðing til ársfrásøgnina ella á heimasíðuni. 153/159

154 Um fyritøkan velur at nýta ein at teimum hættum at almannakunngera, sum eru nevndir sum aðrir møguleikar til leiðslufrágreiðingina, skal tað standa í leiðslufrágreiðingini, hvar henda frágreiðing er sett, og hvussu interessentarnir finna frágreiðingina, sum er tøk hjá almenningunum. Er frágreiðingin almannakunngjørd á eini heimasíðu, sbr. nr. 2, skal vera eitt leinki til frágreiðingina, so tað er lætt hjá interessentunum at finna frágreiðingina um heimsíðuna hjá fyritøkuni. Frágreiðingin skal vera tøk á heimasíðuni samstundis, sum ársfrásøgnin er tøk hjá roknskaparbrúkarunum, sbr. uppskotið til nýggju ásetingina í 149 a, sbr. 1, nr. 5 í hesum lógaruppskoti. Skotið verður upp í 99 a, stk. 4, at heimild verður givin Skráseting Føroya at áseta nærri reglur um almannakunngering av frágreiðingini um samfelagsábyrgd í ávikavist eini ískoytisfrágreiðing og, við eini tilvísing í leiðslufrágreiðingini, á heimasíðu felagsins. Reglurnar fara m.a. at fevna um, hvussu upplýsingarnar á heimasíðuni verða dagførdar, og um skyldurnar hjá grannskoðaranum í sambandi við tær upplýsingar, sum verða almannakunngjørdar á heimsíðu fyritøkunnar, heruppií eisini, at ein grannskoðari skal eftirkanna, at frágreiðingin er tøk á heimasíðuni. Ætlanin er hvørki at skerja ella víðka tær skyldur, sum grannskoðarin hevur í mun til innihaldið í upplýsingunum í leiðslufrágreiðingini, bert tí at upplýsingarnar eru settar aðrastaðani enn í leiðslufrágreiðingini. Eftir galdandi reglum eru ískoytisfrágreiðingar ikki fevndar av krøvum um grannskoðan og eru heldur ikki fevndar av kravi um ummæli frá grannskoðara eftir 135, stk. 5 í ársroknskaparlógini. Tað er tó óheppið, um upplýsingarnar á henda hátt ikki eru fevndar av krøvunum um grannskoðan og ummæli, einans tí at tær eru settar aðrastaðni enn í leiðslufrágreiðingini. Sum ein avleiðing av hesum verður skotið upp, at tað í 135, stk. 5 verður ásett, at krøvini um, at grannskoðari skal gjøgnumganga innihaldið í upplýsingunum, er tað sama uttan mun til, um upplýsingarnar eru settar í leiðslufrágreiðingina, í eini ískoytisfrágreiðing ella á heimasíðu fyritøkunnar. Víst verður til 1, nr. 3 í hesum lógaruppskoti. Í uppskotinum til 99 a, stk. 5 og 6 verða skotnir upp nakrir lættar fyri fyritøkur, sum eru partur av einum samtaki. Eftir 99 a, stk. 5, kann fyritøkan sleppa undan at at lata upplýsingarnar eftir stk. 1 og 2 í sínum egna roknskapi, um fyritøkan er ein móðirfyritøka, sum ger samtaksroknskap og í hesum lýkur krøvini fyri samtakið sum heild. Fyritøkan kann eisini sleppa undan at lata upplýsingarnar, bæði fyri fyritøkuna og samtakið, um fyritøkan lýkur treytirnar í stk. 7 um at gera eina framburðarfrágreiðing í sambandi við, at fyritøkan hevur tikið undir ST Global Compact ella ST-meginreglunum um ábyrgdarfullar íløgur. Eftir 99 a, stk. 6 kann ein dóttirfyritøka, sum er partur av einum samtaki, har móðirfyritøkan ger samtaksroknskap og í hesum lýkur upplýsingarkrøvini fyri samtakið sum heild, sleppa undan at taka upplýsingarnar við í sína egnu leiðslufrágreiðing. Talan kann bæði vera um evstu móðurfyritøkuna fyri samlaða samtakið, eins og talan kann vera um ta móðurfyritøkuna, sum er beint omanfyri. 154/159

155 Ein føroysk dóttirfyritøka í einum útlendskum samtaki kann einans sleppa undan upplýsingarkravinum, um móðirfyritøkan letur hesar upplýsingar í einum almennum samtaksroknskapi. Um hetta ikki er støðan, skal dóttirfyritøkan taka frágreiðingina um samfelasgábyrgd við í sína leiðslufrágreiðing, í eini ískoytisfrágreiðing ella á heimasíðu fyritøkunnar. Fyritøkan kann eisini sleppa undan at lata upplýsingarnar í síni egnu ársfrásøgn, um móðirfyritøkan lýkur treytirnar í stk. 7 um at gera eina framburðarfrágreiðing í sambandi við, at fyritøkan hevur tikið undir ST Global Compact ella ST-meginreglunum um ábyrgdarfullar íløgur. Undantøkini er m.a. grundað á, at tað er ovasta móðirfyritøkan í einum samtaki, sum tekur undir vð Global Compact vegna samlaða samtakið. Tað er sostatt vanlig manngongd í Global Compact, at samtakið greiðir frá vegna dótturfyritøkurnar. Eftir uppskotninum galda linkaðu treytirnar í 99 a, stk. 5 og 6 fyri bæði stórar fyritøkur í roknskaparflokki C og fyri fyritøkur í roknskaparflokki D. Í uppskotinum til 99 a, stk. 7, verður skotð upp, at fyritøkur, sum hava tikið undir við ST Global Compact ella ST-meginreglunum um ábyrgdarfullar íløgur, sleppa undan at gera eina frágreiðing um samfelasgábyrgd eftir hesum lógaruppskoti. Skotið verður sostatt upp, at fyritøkan kann sleppa undan at lata upplýsingar eftir stk. 1 og 2, um fyritøkan greiðir frá sum part av síni undirtøku fyri ST Global Compact ella ST-meginreglunum um ábyrgdarfullar íløgur. Fyri at kunna brúka undantakið skal fyritøkan hava almannakunngjørt eina framburðarfrágreiðing, sum er gjørd í sambandi við undirtøkuna, í viðkomandi ári. Framburðarrágreiðingin skal vera í samsvari við viðmælini hjá ST um innihaldið í slíkum frágreiðingum. Almannakunngjørda framburðarfrágreiðingin kemur í staðin fyri skylduna at lata upplýsingar eftir stk. 1 og 2 í uppskotinum. Kravt verður sostatt ikki, at fyritøkan skal greiða frá innihaldinum í frágreiðingini. Í leiðslufrágreiðingini skal fyritøkan upplýsa, um hon nýtir hetta undantak. Harumframt skal fyritøkan týðiliga upplýsa, hvar framburðarfrágreiðingin er tøk hjá almenninginum. Í leiðslufrágreiðingini kann t.d. vísast til heimasíðuna hjá fyritøkuni, har eitt leinki er til ein almannakunngjørda framburðarfrágreiðingina á heimasíðuni hjá Global Compact, so frágreiðingin er løtt at finna hjá teimum, ið hava áhuga fyri tí. Grannskoðarin skal ansa eftir, at fyritøkan lýkur treytirnar fyri at nýta undantakið í 99 a, stk. 7. Hetta merkir, at grannskoðarin skal eftirkanna, at framburðarfrágreiðingin er almannakunngjørd á heimasíðuni hjá Global Compact, um fyritøkan hevur tikið undir vð Global Compact. Fyri fyritøkur, sum hava tikið undir við ST-meginreglunum um ábyrgdarfullar íløgur, skal grannskoðari eftirkanna, um fyritøkan hevur gjørt eina frágreiðing um sítt virksemi og síni framstig at seta í verk meginreglurnar, og at henda frágreiðing er tøk hjá almenningunum, eitt nú á heimasíðuni. Harumframt skal grannskoðarin ansa eftir, at leiðslufrágreiðingin hevur rættar upplýsingar um, hvar nevnda frágreiðing er alment tøk hjá roknskaparbrúkarunum. Grannskoðari hevur ikki aðrar uppgávur í mun til nevndu frágreiðing. 155/159

156 99 b Við nýggju ásetingini í 99 b, stk. 1, verður sum nakað nýtt skotið upp, at stórar fyritøkur, sum hava sett sær máltal fyri partin av undirumboðaða kyninum í evstu leiðsluni, skulu greiða frá, hvussu tað gongur at røkka setta málinum, eins og fyritøkurnar, um so er, skulu greiða frá, hví setta málið ikki er rokkið. Fyritøkan skal sostatt greiða frá setta máltalinum, býtinum millum menn og kvinnur í aktuellu samansetingini í evstu leiðsluni, tó undantikin møgulig starvsfólkavald umboð, og skal staðfesta, um setta máltalið er rokkið ella ikki. Er setta málið ikki rokkið, skal greiðast frá, hví so er. Fyri hesa frágreiðing galda reglurnar í 99 a, stk. 4-8 samsvarandi. Í mun til almannakunngerðing hava fyritøkurnar sama fleksibilitet sum í mun til frágreiðingina um samfelagsábyrgd, sbr. 99 a, stk. 4. Hetta merkir, at fyritøkan kann velja at almannakunngera frágreiðingina í einum ískoyti til ársfrásøgnina ella á heimasíðu fyritøkunnar heldur enn í leiðslufrágreiðingini í ársfrásøgnini. Nærri krøvini eru ásett í bekendtgørelse nr. 761 af 20. juli 2009 om offentliggørelse af redegørelse for virksomhedsledelse og redegørelse for samfundsansvar på virksomhedens hjemmeside mv. Reglurnar um almannakunngering av frágreiðingini um samfelagsábyrgd í ávikavist einum ískoyti til ársfrásøgnina ella, við eini tilvísing í leiðslufrásøgnini, á heimasíðuni fyritøkunnar galda samsvarandi fyri frágreiðing viðvíkjandi setta máltalinum. Harumframt galda somu lagaligu reglur fyri fyritøkur, sum eru partur av einum samtaki, sbr. 99 a, stk. 6 og 7, nr. 1, soleiðis, at fyritøkan kann lata vera við at lata upplýsingarnar í sínum egna ársroknskapi, um fyritøkan er ein móðirfyritøka, sum ger samtaksroknskap og í hesum lýkur krøvini fyri samtakið sum heild. Orsøkin til hesa áseting er, at tað má metast at vera óneyðuga tyngjandi at krevja, at ein frágreiðing verður gjørd fyri allar fyritøkur í einum samtaki, tí mett verður, at tað er nóg mikið, at upplýsingarnar um feløgini eru at finna í samtaksroknskapinum hjá móðurfyritøkuni. Á sama hátt kann ein dóttirfyritøka, sum er partur av einum samtaki, har móðirfelagið ger samtaksroknskap og í hesum lýkur upplýsingarkrøvini fyri samtakið sum heild, lata vera við at taka upplýsingarnar við i sína egnu leiðslufrágreiðing. Talan kann bæði vera um ta ovastu móðurfyritøkuna og ta móðurfyritøkuna, sum er beint omanfyri. Lagaligu reglurnar, sbr. 99 a, stk. 7, nr. 2, og stk. 8, sum merkja, at ein fyritøka ávikavist dóttirfyritøka kann lata vera við at lata upplýsinganar eftir 99 a, stk. 1 og 2, um fyritøkan ávikavist móðirfyritøkan, letur frágreiðing sum part av síni undirtøku fyri ST Global Compact ella ST-meginreglunum um ábyrgdarfullar íløgur, galda á sama hátt í mun til frágreiðing um setta máltalið. Bæði mannarættindi og arbeiðstakararættindini, heruppií eisini burturbeining av mannamuni í arbeiðs- og setanarviðurskiftum, eru partur av ST Global Compact. Eftir uppskotinum til stk. 2 skulu stóru fyritøkurnar, sum hava skyldu til at gera ein politikk fyri at økja um talið av undirumboðaða kyninum á øðrum leiðslustigum í fyritøkuni, greiða frá politikkinum. Skyldan at gera slíkan politikk er ásett í ávikvast vinnufelagalógarinnar 139 a, stk. 1, nr. 2, 19 a, stk. 1, nr. 2 í lov om visse erhvervsdrivende virksomheder, 25, stk. 4, nr. 2, i lov om erhvervsdrivende fonde, 79 a, stk. 1, nr. 2, i lov om finansiel virksomhed, 19 a, stk. 1, nr. 2, i lov om betalingstjenester og elektroniske penge, 39 a, stk. 1, nr. 2, i lov om investeringsforeninger mv. eller 12 f, stk. 1, nr. 2, i lov om 156/159

157 værdipapirhandel og er ábyrgdin hjá ovastu leiðslu ella nevnd, alt eftir hvørja lóg, talan er um. Í sambandi við hesa frágreiðing er 99 a, stk. 2-8 galdandi samsvarandi. Hetta er javnstøðupolitikkur, og er hetta tískil ein politikkur um samfelagsábyrgd. Fyritøkurnar skulu tí upplýsa um politikkin, hvussu hann verður framdur, og hvørji mál eru rokkin í samsvari við galdandi áseting í ársroknskaparlógarinnar 99 a. Ein fyritøka, sum eftir 139 a, stk. 1, nr. 2 í vinnufelagalógini, 19 a, stk. 1, nr. 2, i lov om visse erhvervsdrivende virksomheder, 25, stk. 4, nr. 2, i lov om erhvervsdrivende fonde, 79 a, stk. 1, nr. 2, i lov om finansiel virksomhed, 19 a, stk. 1, nr. 2, i lov om betalingstjenester og elektroniske penge, 39 a, stk. 1, nr. 2, i lov om investeringsforeninger mv. eller 12 f, stk. 1, nr. 2, i lov om værdipapirhandel hevur skyldu til at gera ein politikk fyri at økja um talið av undirumboðaða kyninum á øðrum leiðslustigum í fyritøkuni, kann ikki sleppa undan kravinum um frágreiðing í 99 b, stk. 2 við ikki at gera slíkan politikk. Ásett er í stk. 3, at fyritøkurnar skulu ikki seta upp máltal, tá ið annað kynið ikki longur er undirumboðað í evstu leiðsluni. Ein samsvarandi fatan av undirumboðað verður at nýta í mun til hesa lóg. Tað hevur í tí sambandi ikki týdning, hvat kyn er umboðað við ávikavist 40 ella 60 prosentum. Felagið hevur sostatt ikki skyldu til at seta upp máltal ella gera politikk fyri at økja talið av undirumboðaða kyninum, tá ið felagið hevur rokkið einum kynsbýti, har hvørki av kynunum er umboðað við færri enn 40 prosentum. Um felagið hevur rokkið einum kynsbýti, sum er 40/60 prosent, skal henda upplýsing tó standa í leiðslufrágreiðingini. Tað fer tó at bera til at lata frágreiðingina í einum ískoyti til leiðslufrágreiðingina, eins og frágreiðingin kann leggjast á heimasíðu felagsins við tilvísing til hetta í leiðslufrágreiðingini. Viðmerkjast skal, at feløgini sjálvandi eru fevnd av ávikavist kravinum um at seta upp máltal og kravinum um at gera ein politikk, um kynsbýtið broytist, so annað av kynunum gerst undirumboðað. Um so er, skal felagið sostatt skjótast gjørligt syrgja fyri at seta upp máltal og gera ein politikk. Ásett er í stk. 4, at fyritøkurnar skulu ikki gera ein politikk, tá ið annað kynið ikki longur er undirumboðað á øðrum leiðslustigum í fyritøkuni. Við hetta er at skilja tær leiðslur, sum ikki vísa til evstu leiðsluna. Víst verður til viðmerkingarnar til 139 a, stk. 1, sum greiða neyvari frá hesum. Um felagið hevur eitt kynsbýti, sum er 40/60 prosent, skal henda upplýsing tó standa í leiðslufrágreiðingini. Fyri frágreiðingina verður 99 a, stk. 4 at nýta samsvarandi soleiðis, at frágreiðingin latast í einum ískoyti til leiðslufrágreiðingina, eins og frágreiðingin kann leggjast á heimasíðu felagsins við tilvísing til hetta í leiðslufrágreiðingini. Viðmerkjast skal, at fyritøkurnar sjálvandi eru fevndar av kravinum um at gera ein politikk, um kynsbýtið broytist, so annað kynið gerst undirumboðað. Fyritøkurnar skulu tískil skjótast gjørligt gera ein politikk og greiða frá hesum í ársfrásøgnini, sbr. stk. 2, av tí at fyritøkan annars kann vera revsað við bót. Í mun til bótarrevsing fyri brot á 99 b, verður víst á, at galdandi revsiáseting í ársroknskaparlógarinnar 164 longu sum er fer at fevna um 99 b, m.a. tí at tað í ásetingini 157/159

158 sæst, at brot á verður revsað við bót. Í tann mun fyritøkurnar ikki greiða frá í samsvari við 99 b, kunnu tær sostatt verða revsaðar við bót. Til nr. 5 Broytingin viðvíkur Bilag 2, 1. skema for balance i kontoform (regnskabsklasse B, C og D), AKTIVER, OMSÆTNINGSAKTIVER, II, Tilgodehavender, nr. 6:»Krav på indbetaling af virksomhedskapital. Sum avleiðing av uppskotinum um broyting av 35, b, sbr. 3, nr. 1, í uppskotinum, viðvíkjandi presentatión av ikki inngoldnum yvirkursi og avsetan av tiltakspeningi til hetta, verður skotið upp, at skemaðið verður broytt samsvarandi hesum soleiðis, at nr. 6 eisini viðvíkur kravi uppá inngjald av yvirkursi. Til nr. 6 Broytingin viðvíkur Bilag 2, 1. skema for balance i kontoform (regnskabsklasse B, C og D), PASSIVER, EGENKAPITAL, IV, Andre reserver, nr. 4:»Reserve for ikke indbetalt virksomhedskapital. Sum avleiðing av uppskotinum um broyting av 35, b, sbr. 3, nr. 1, í uppskotinum, viðvíkjandi presentatión av ikki inngoldnum yvirkursi og avsetan av tiltakspeningi til hetta, verður skotið upp, at skemaðið verður broytt samsvarandi hesum soleiðis, at nr. 4 eisini viðvíkur kravi uppá inngjald av yvirkursi. Til nr. 7 Broytingin viðvíkur Bilag 2, 1. skema for balance i kontoform (regnskabsklasse B, C og D), PASSIVER, EGENKAPITAL, IV, Andre reserver. Uppskotið er ein avleiðing av uppskotinum um íverksetarafeløg. Skotið verður upp, at tað verður serligur tiltakspeningur fyri íverksetarafeløg til at avsetan av møguligum yvirskotið, sbr. 3, nr. 3, í uppskotinum. Til nr. 8 Broytingin viðvíkur Bilag 2, 1. skema for balance i beretningsform (regnskabsklasse B, C og D), OMSÆTNINGSAKTIVER, II, Tilgodehavender, nr. 6:»Krav på indbetaling af virksomhedskapital. Sum avleiðing av uppskotinum um broyting av 35, b, sbr. 3, nr. 1, í uppskotinum, viðvíkjandi presentatión av ikki inngoldnum yvirkursi og avsetan av tiltakspeningi til hetta, verður skotið upp, at skemaðið verður broytt samsvarandi hesum soleiðis, at nr. 6 eisini viðvíkur kravi uppá inngjald av yvirkursi. Til nr /159

159 Broytingin viðvíkur Bilag 2, 1. skema for balance i beretningsform (regnskabsklasse B, C og D), EGENKAPITAL, IV, Andre reserver, nr. 4:»Reserve for ikke indbetalt virksomhedskapital. Sum avleiðing av uppskotinum um broyting av 35, b, sbr. 3, nr. 1, í uppskotinum, viðvíkjandi presentatión av ikki inngoldnum yvirkursi og avsetan av tiltakspeningi til hetta, verður skotið upp, at skemaðið verður broytt samsvarandi hesum soleiðis, at nr. 4 eisini viðvíkur kravi uppá inngjald av yvirkursi. Til nr. 10 Ásetingin viðvíkur Bilag 2, 1. skema fyri javna í beretningsform (regnskabsklasse B, C og D), EGENKAPITAL, IV, Andre reserver. Uppskotið til nýtt pkt. 5 i skemanum er ein avleiðing av uppskotinum um íverksetarafeløg í vinnufelagalógini, sbr. 1, nr. 173, í uppskotinum. Skotið verður upp, at tað er ein serligur reservi fyri íverksetarafeløg til avsetingar av møguligum yvirskoti., sbr. 3, nr. 3, í uppskotinum. Til 4 Àsett er at lógin kemur í gildi 1. juni Tó kemur ásetingin í 57 a, sbr. 1, nr. 34, um skráseting av smærri nøgd av handhavapartabrøvum ikki í gildi, fyrr enn Skráseting Føroya hevur ment tílika skrá, og kann landsstýrismaðurin tá seta ásetingina í gildi við kunngerð.. Poul Michelsen landsstýrismaður /Bjørgfríð Ludvig 159/159

Givið út 25. oktober 2018

Givið út 25. oktober 2018 Givið út 25. oktober 2018 Nr. 144 23. oktober 2018 Kunngerð um fráboðan, skráseting og almannakunngering o.a. hjá Skráseting Føroya Við heimild í 56, stk. 3, 60, stk. 2-5, 61, stk. 3 og 63, stk. 6 í anordning

Læs mere

Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhvervsdrivende virksomheder, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 43 frá 6.

Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhvervsdrivende virksomheder, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 43 frá 6. Nr. 1114 20. september 2007 Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhvervsdrivende virksomheder, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 43 frá 6. mai 2016 1) (Vinnufyritøkulógin) 2) Kapitel

Læs mere

Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging

Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging Galdandi frá 1. januar 2016 1. Tryggingaravtalan Stk. 1. Tryggingaravtalan fevnir um bólkalívsavtaluna og niðanfyristandandi tryggingartreytir. Stk. 2. Frávik til

Læs mere

Sagsøgeren har påstået sagsøgte dømt til at betale 42.400 kr. med procesrente fra den 26. juni 2003, subsidiært procesrente fra den 22. april 2008.

Sagsøgeren har påstået sagsøgte dømt til at betale 42.400 kr. med procesrente fra den 26. juni 2003, subsidiært procesrente fra den 22. april 2008. DOM Afsagt af retten på Færøeme den 22. december 2009 IBS-sagnr. 619/2008 Skatteyderi mod TAKS Samandráttur: Málið snýr seg partvís um saksøkjarin, skattagjaldari, skal rinda mvg av skrásetingaravgjaldinum

Læs mere

Løgtingið. Tórshavn, tann 7. mars 2016

Løgtingið. Tórshavn, tann 7. mars 2016 U T T A N R Í K I S - OG V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð Løgtingið. Tórshavn, tann 7. mars 2016 Vmr. J.Nr.: 15/00029 Viðgjørt: SPS/JD Løgtingsmál nr. 91/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í anordning

Læs mere

Givið út 30. mai 2017

Givið út 30. mai 2017 Givið út 30. mai 2017 Nr. 78 29. mai 2017 Løgtingslóg um broyting í ymiskum lógum á málsøkinum persóns-, húsfólka- og arvarætti (Myndugleikaflyting vegna yvirtøku av málsøkinum) Samsvarandi samtykt Løgtingsins

Læs mere

Dátueftirlitið Tinganes - Postboks Tórshavn Telefonnr:

Dátueftirlitið Tinganes - Postboks Tórshavn Telefonnr: Fíggjarmálaráðið Traðargøta 39 FO-160 Argir Tórshavn, tann 19. apríl 2007 J. nr.: 20070025-4 Viðgjørt: KJ/IE Viðvíkjandi Lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask af udbytte og finansiering af

Læs mere

Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland

Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland I medfør af 41, stk. 6, 53, stk. 8, og 95 i lov om arbejdsløshedsforsikring m.v., jf. lovbekendtgørelse

Læs mere

Heilsu- og innlendismálaráðið

Heilsu- og innlendismálaráðið Heilsu- og innlendismálaráðið Løgtingið Dagfesting: 5. januar 2018 Mál nr.: 17/00573-14 Málsviðgjørt: MHR Løgtingsmál nr. xx/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í Anordning om ikrafttræden for Færøerne

Læs mere

Løgtingsmál nr. xx/2008: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tænastumenn landsins. Uppskot. til

Løgtingsmál nr. xx/2008: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tænastumenn landsins. Uppskot. til Tórshavn, tann 19.februar 2008 J.Nr.: 8201-73-0003/2007 (at tilskila í svari) Viðgjørt: sn Løgtingið Løgtingsmál nr. xx/2008: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tænastumenn landsins.

Læs mere

Under arbejdet med kunngerðini er jeg blevet opmærksom på 3 områder i loven, jeg mener vi lige må tænke over en ekstra gang.

Under arbejdet med kunngerðini er jeg blevet opmærksom på 3 områder i loven, jeg mener vi lige må tænke over en ekstra gang. Fra: Gunnvør Eriksen [mailto:[email protected]] Sendt: 9. februar 2006 14.23 Til: Løgtingið Emne: Skjal 5 HEILSUSKÚLIN - Ummæli av lógaruppskoti Vinarliga / Best Regards Gunnvør Eriksen Mentamálaráðið ':

Læs mere

Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding av elinnleggjarum

Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding av elinnleggjarum Johan Dahl, landsstýrismaður Vinnumálaráðið Tinganes FO-100 Tórshavn Landsstýrismálanevndin 01.06.2011 j. nr. 7.13-20110005 14 bl/td (at tilskila í svari) Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding

Læs mere

forbindelse med både ansættelse, ændring i ansættelsesforhold og ved afslutning af ansættelsen.

forbindelse med både ansættelse, ændring i ansættelsesforhold og ved afslutning af ansættelsen. Retningslinie Uppgávu- og ábyrgdarbýtið ímillum og eindir/leiðarar á LS, tá ið byrjar í starvi, broytir starv innanhýsis ella fer úr starvi / Opgave og ansvarsfordeling mellem medarbejdere og afdelinger

Læs mere

Grannskoðaraeftirlitið. fghjklæøzxcvbnmqwertyuiopåasdfghj. Ársfrágreiðing og 2010

Grannskoðaraeftirlitið. fghjklæøzxcvbnmqwertyuiopåasdfghj. Ársfrágreiðing og 2010 qwertyuiopåasdfghjklæøzxcvbnmqw ertyuiopåasdfghjklæøzxcvbnmqwert yuiopåasdfghjklæøzxcvbnmqwertyui opåasdfghjklæøzxcvbnmqwertyuiopå asdfghjklæøzxcvbnmqwertyuiopåasd Grannskoðaraeftirlitið fghjklæøzxcvbnmqwertyuiopåasdfghj

Læs mere

Liðugfráboðan til eftirlits av Brunaávaringarskipan

Liðugfráboðan til eftirlits av Brunaávaringarskipan Síða 1 av 5 Til Brunaumsjón landsins, Tinghúsvegi 5, 100 Tórshavn Liðugfráboðan til eftirlits av Brunaávaringarskipan Anleggseigari Navn: Bústaður: Att.: Anlaggsadressa Navn: Bústaður: Kontaktpersónur:

Læs mere

Gamlar myndir úr Norðuroyggjum

Gamlar myndir úr Norðuroyggjum Nr. 289 Hósdagur 20. mars 2003 10,- Síða 20 Símun Johan Wolles 70 ár Løgtingsmál viðvíkjandi fiskivinnu og -monnum Vit greiða frá teimum framløgdu tingmálunum, sum viðvíkja fiskimonnum. Síða 6-9 FF hevur

Læs mere

Havnar Arbeiðsmannafelag Føroya Arbeiðarafelag Felagslívstrygging. Havnar Arbeiðsmannafelag Føroya Arbeiðarafelag Felagslívstrygging

Havnar Arbeiðsmannafelag Føroya Arbeiðarafelag Felagslívstrygging. Havnar Arbeiðsmannafelag Føroya Arbeiðarafelag Felagslívstrygging Havnar Arbeiðsmannafelag Føroya Arbeiðarafelag Felagslívstrygging 2017 Havnar Arbeiðsmannafelag Føroya Arbeiðarafelag Felagslívstrygging 2013 Havnar Arbeiðsmannafelag Føroya Arbeiðarafelag Havnar Arbeiðsmannafelag

Læs mere

Grannskoðaraeftirlitið. Grannskoðaraeftirlitið. Ársfrágreiðing. Almannakunngjørd 23. juni 2017

Grannskoðaraeftirlitið. Grannskoðaraeftirlitið. Ársfrágreiðing. Almannakunngjørd 23. juni 2017 Grannskoðaraeftirlitið Ársfrágreiðing 2016 Almannakunngjørd 23. juni 2017 Skrivstovuhald: Skráseting Føroya Sigmundargøta 13 Boks 264 110 Tórshavn Tlf.: +298356010 E-mail: [email protected] Innihaldsyvirlit

Læs mere

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR Tórshavn, tann 5. november 2007 J.Nr.: 200700058 (at tilskila í svari) Viðgjørt: Álit viðvíkjandi avgerð hjá Løgmansskrivstovuni um noktan av almennum innliti í skjøl viðvíkjandi føroysku sendistovuni

Læs mere

DOM. Under denne sag, der er anlagt den 16. august 2010, har sagsøgerne, A, B, C, D, E, F, H, I, J og K, nedlagt påstand om:

DOM. Under denne sag, der er anlagt den 16. august 2010, har sagsøgerne, A, B, C, D, E, F, H, I, J og K, nedlagt påstand om: DOM Afsagt den 14. juni 2011 i sag nr. BS 1270/2010: A, B, C, D, E, F, G, H, I, J og K mod TAKS Under denne sag, der er anlagt den 16. august 2010, har sagsøgerne, A, B, C, D, E, F, H, I, J og K, nedlagt

Læs mere

Føroya Arbeiðarafelag Felagslívstrygging

Føroya Arbeiðarafelag Felagslívstrygging Føroya Arbeiðarafelag Felagslívstrygging 2018 Havnar Arbeiðsmannafelag Føroya Arbeiðarafelag Felagslívstrygging 2013 Føroya Arbeiðarafelag Føroya Arbeiðarafelag hevur gjørt felags avtalu við Alka viðvíkjandi

Læs mere

Løgtingið Tórshavn, tann 9.juni 2015 J.nr.: 12/ Løgtingsmál nr. / 2015: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar søloven

Løgtingið Tórshavn, tann 9.juni 2015 J.nr.: 12/ Løgtingsmál nr. / 2015: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar søloven Løgtingið Tórshavn, tann 9.juni 2015 J.nr.: 12/00004 Løgtingsmál nr. / 2015: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar søloven Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri

Læs mere

Felagslívstrygging. fyri limir í Føroya Fiskimannafelag. Havnar Arbeiðsmannafelag Føroya Arbeiðarafelag. Felagslívstrygging

Felagslívstrygging. fyri limir í Føroya Fiskimannafelag. Havnar Arbeiðsmannafelag Føroya Arbeiðarafelag. Felagslívstrygging Felagslívstrygging fyri limir í Føroya Fiskimannafelag 2016 Havnar Arbeiðsmannafelag Føroya Arbeiðarafelag Felagslívstrygging 2013 1 Føroya Fiskimannafelag Føroya Fiskimannafelagið (nevnt felagið) hevur

Læs mere

Løgtingsmál nr. 115/2011: Uppskot til løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin) Uppskot. til. løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin)

Løgtingsmál nr. 115/2011: Uppskot til løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin) Uppskot. til. løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin) Løgtingið. Tórshavn, tann 9. januar 2012 VMR j.nr.: 11/00401 Viðgjørt: ABD Løgtingsmál nr. 115/2011: Uppskot til løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin) Uppskot til løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin)

Læs mere

Kunngerð um stuðul til hoyritól, sum seinast broytt við kunngerð nr. 21 frá 3. apríl 2013

Kunngerð um stuðul til hoyritól, sum seinast broytt við kunngerð nr. 21 frá 3. apríl 2013 Nr. 96 18. november 2008 Kunngerð um stuðul til hoyritól, sum seinast broytt við kunngerð nr. 21 frá 3. apríl 2013 Kapittul 1 Hoyritól Kapittul 2 Umsiting Kapittul 3 Vanligar treytir Kapittul 4 Privatir

Læs mere

Málsgongd Við skrivi, dagfest 12. desember 2008, sendi Mentamálaráðið soljóðandi uppsøgn til klagaran:

Málsgongd Við skrivi, dagfest 12. desember 2008, sendi Mentamálaráðið soljóðandi uppsøgn til klagaran: Tórshavn, tann 23. apríl 2013 J.Nr.:28/ 201200015 / 13 (at tilskila í svari) Tykkara J.nr. Álit viðvíkjandi klagu um skikkaða eftirløn hjá tænastumanni Við skrivi, dagfest 6. februar 2012, hevur A sent

Læs mere

Løgtingsmál nr. 126/2007: Uppskot til løgtingslóg um havnir. Uppskot. til. løgtingslóg um havnir

Løgtingsmál nr. 126/2007: Uppskot til løgtingslóg um havnir. Uppskot. til. løgtingslóg um havnir Fólkaflokkurin Sambandsflokkurin Sjálvstýrisflokkurin Løgtingið Løgtingsmál nr. 126/2007: Uppskot til løgtingslóg um havnir Uppskot til løgtingslóg um havnir Kapittul 1 Øki og allýsingar 1. Lógin er galdandi

Læs mere

Januar Almennar tryggingartreytir

Januar Almennar tryggingartreytir Almennar tryggingartreytir 1 Alment 3 2 Tryggingarpartar 3 3 Avtalugrundarlag 3 4 Ígildiskoma 3 5 Gjald 3 6 Gjaldskái 4 7 Gjaldsskeiðið endar 4 8 Fullnaður 4 A: Veiting við óarbeiðsføri 4 a.a: Avlamisupphædd

Læs mere

Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin. Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014

Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin. Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014 Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014 Integration og eksklusión versus inklusión Integratión merkir at vera so normalur, sum gjørligt,

Læs mere

Skatta- og avgjaldsmál avgerðir

Skatta- og avgjaldsmál avgerðir Skatta- og avgjaldsmál avgerðir Mál nr.: Lóg: Avgerð tikin: 09-03-31-72 Meirvirðisgjaldslógin 12 29.11.2010 Sýtt útgjald av íløgu-mvg. Søla av virksemi. Próvbyrða. Samandráttur: Kært er um, at TAKS hevur

Læs mere

Løgtingsmál nr. 28/2005: Uppskot til samtyktar um norðurlendskan sáttmála um fólkayvirlit. Uppskot. til. samtyktar

Løgtingsmál nr. 28/2005: Uppskot til samtyktar um norðurlendskan sáttmála um fólkayvirlit. Uppskot. til. samtyktar Løgtingið UTTANRÍKISDEILDIN 31. oktober 2005 Mál: 620-001/05 Løgtingsmál nr. 28/2005: Uppskot til samtyktar um norðurlendskan sáttmála um fólkayvirlit Uppskot til samtyktar Løgtingið góðkennir, at landsstýrið

Læs mere

INNANHÝSIS. Uppskot til. Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af ændringslove til lov om luftfart

INNANHÝSIS. Uppskot til. Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af ændringslove til lov om luftfart UTTANRÍKIS - OG V INNUMÁLARÁÐIÐ INNANHÝSIS Løgtingið Tórshavn, tann 1. februar 2017 Vmr. J.Nr.: 16/00801-4 Viðgjørt: EFR Løgtingsmál nr. xx /2016: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri

Læs mere

Álit um stýrisskipanarviðurskifti Føroya

Álit um stýrisskipanarviðurskifti Føroya Álit um stýrisskipanarviðurskifti Føroya Álit um stýrisskipanarviðurskifti Føroya Álit frá nevndini, landsstýrið setti 1. apríl 1993, at kanna stýrisskipanarviðurskifti Føroya. Sjúrður Rasmussen, adv.

Læs mere

Kanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum

Kanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum Kanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum LØGTINGIÐ 19 nevndin Kanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum 19 nevndin: Joen Magnus Rasmussen, formaður Kristina Háfoss, næstforkvinna Helgi Abrahamsen

Læs mere

Føroya Arbeiðarafelag. Havnar Arbeiðsmannafelag. Felagslívstrygging. Havnar Arbeiðsmannafelag. Føroya Arbeiðarafelag. Felagslívstrygging

Føroya Arbeiðarafelag. Havnar Arbeiðsmannafelag. Felagslívstrygging. Havnar Arbeiðsmannafelag. Føroya Arbeiðarafelag. Felagslívstrygging Føroya Arbeiðarafelag Havnar Arbeiðsmannafelag Felagslívstrygging 2015 Havnar Arbeiðsmannafelag Føroya Arbeiðarafelag Felagslívstrygging 2013 Føroya Arbeiðarafelag Havnar Arbeiðsmannafelag Føroya Arbeiðarafelag

Læs mere

Fakturablanketten virk.dk. 1 At senda elektroniskar rokningar við fakturablanketten

Fakturablanketten virk.dk. 1 At senda elektroniskar rokningar við fakturablanketten Fakturablanketten virk.dk At senda fakturar til kunda via teldupost, har fakturin er viðheftur sum t.d. pdf-skjal, er ikki at rokna sum elektronisk fakturering (talgild fakturering) í hesum sambandi. Talgild

Læs mere

Konference om affald på havet

Konference om affald på havet Konference om affald på havet Miljøtilsyn lavet af Skipaeftirlitið Skipaeftirlitið (maritime( myndigheder) Tilsyn som er krævet efter bekendtgørelse nr. 122 fra den 25. november 2005 / 11 stk. 3 og aftale

Læs mere

LØG M A N S S K R I V S T O V A N. P r i m e M i n i s t e r s O f f i c e

LØG M A N S S K R I V S T O V A N. P r i m e M i n i s t e r s O f f i c e Løgtingið Tinghúsvegur 3 100 Tórshavn 20. september 2016 Mál: 0692-001/16 Viðgjørt: NF Lógartænastan Løgtingsmál nr. 14/2016: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om

Læs mere

Almennar tryggingartreytir fyri P/F Tryggingarfelagið Lív

Almennar tryggingartreytir fyri P/F Tryggingarfelagið Lív Galdandi fyri allar tryggingar við marknaðarrentu. P/F Tryggingarfelagið Lív verður hereftir skrivað LÍV. 1 Persónar 2 Gildisøki og grundarlag 3 Nær er tryggingin galdandi? 4 Hvar er tryggingin galdandi?

Læs mere

Givið út 1. juli 2016

Givið út 1. juli 2016 Givið út 1. juli 2016 Nr. 72 27. juni 2016 Kunngerð um bygningskunngerð 2017 (BK17) Við heimild í 3, 5, stk. 1, 6, stk. 1, 8 og 18, 20, stk. 2 og 5, 21, stk. 2 og 22, stk. 1 og 2 í løgtingslóg nr. 60 frá

Læs mere

Álit Viðvíkjandi klagu um vantandi fráboðan, grundgeving og kæruvegleiðing í avgerðum hjá TAKS

Álit Viðvíkjandi klagu um vantandi fráboðan, grundgeving og kæruvegleiðing í avgerðum hjá TAKS Tórshavn, tann 15. juli 2010 J.Nr.: 200900065 / 23 Álit Viðvíkjandi klagu um vantandi fráboðan, grundgeving og kæruvegleiðing í avgerðum hjá TAKS Við skrivi, móttikið tann 1. august 2009, hevur A sent

Læs mere

Føroyska bygningsreglugerðin 2017 (FBR17)

Føroyska bygningsreglugerðin 2017 (FBR17) Skjal 1 Føroyska bygningsreglugerðin 2017 (FBR17) 1 Fyrisitingarligar ásetingar... 7 1.1 Alment... 7 1.2 Nýtsluavmarkingar av bygningsreglugerðini... 7 1.3 Umsókn um byggiloyvi... 9 1.3.1 Formkrøv til

Læs mere

Løgtingsmál nr. xx/2012: Uppskot til løgtingslóg um eftirlønarsamansparing og skatt av eftirløn (Eftirlønarlógin) Uppskot. til

Løgtingsmál nr. xx/2012: Uppskot til løgtingslóg um eftirlønarsamansparing og skatt av eftirløn (Eftirlønarlógin) Uppskot. til Argir, 18. januar 2013 Løgtingið Løgtingsmál nr. xx/2012: Uppskot til løgtingslóg um eftirlønarsamansparing og skatt av eftirløn (Eftirlønarlógin) Uppskot til løgtingslóg um eftirlønarsamansparing og skatt

Læs mere

HEILSUMÁLARÁÐIÐ. Til: hoyringspartar

HEILSUMÁLARÁÐIÐ. Til: hoyringspartar HEILSUMÁLARÁÐIÐ Til: hoyringspartar Tórshavn, 01.06.2011.2011 Mál: 09/00691-6262 Tygara skriv: Viðgjørt: JS Viðvíkjandi uppskoti til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lov om klage- og erstatningsadgang

Læs mere

- Webundersøgelse, Fólkaskúlaráðið, oktober 2013. Fólkaskúlaráðið. Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på

- Webundersøgelse, Fólkaskúlaráðið, oktober 2013. Fólkaskúlaráðið. Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på Fólkaskúlaráðið Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på og erfaringer med ressourcentre på skolerne 2013 Udarbejdet af Scharling Research for bestyrelsen i Fólkaskúlaráðið, oktober 2013 Scharling.dk

Læs mere

Uppskot. til. løgtingslóg um semingsstovn

Uppskot. til. løgtingslóg um semingsstovn V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð Løgtingið. Tórshavn, tann 24. februar 2013 Vmr. J.Nr.: 12 /00426 Viðgjørt: SPS Løgtingsmál nr. 122/2012: Uppskot til løgtingslóg um semingsstovn Uppskot til løgtingslóg um semingsstovn

Læs mere

BYGNINGSKUNNGERÐIN 2017

BYGNINGSKUNNGERÐIN 2017 BYGNINGSKUNNGERÐIN 2017 Hesi fyrivarni eru tikin til innihaldið Í sambandi við útgávuna av hesi prentútgávu av kunngerð nr. 72 frá 27. juni 2016 um bygnings kunngerð 2017, hevur Landsverk sett kunn gerðina

Læs mere

Viðvíkjandi: P/f Tryggingarfelag Føroyar yvitekur virkisøkið frá P/f Trygd

Viðvíkjandi: P/f Tryggingarfelag Føroyar yvitekur virkisøkið frá P/f Trygd Advokatskrivstovan Tórshavn, tann 19. desember 2008 Frúutrøð 4 Postboks 6 J.nr.: K600-2008063 FO-110 Tórshavn Viðgjørt: S.R Att: Christian F. Andreasen Tygara ref: Viðvíkjandi: P/f Tryggingarfelag Føroyar

Læs mere

Heilsu- og innlendismálaráðið

Heilsu- og innlendismálaráðið Heilsu- og innlendismálaráðið Løgtingið Dagfesting: 6. mars 2017 Mál: 16/00444-56 Viðgjørt: EM Løgtingsmál nr. 108/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymiskum lógum á málsøkinum persóns-, húsfólka-

Læs mere

OVERENSKOMST FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ FARMAKONOMFORENINGEN MELLEM

OVERENSKOMST FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ FARMAKONOMFORENINGEN MELLEM 2010 OVERENSKOMST MELLEM FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ og FARMAKONOMFORENINGEN 1 Ansættelse... 3 2 Løn... 3 Farmakonomer og defektricer... 3 Mellemledere... 3 Ledende farmakonom/souschef... 3 Systemansvarlige og undervisere...

Læs mere

(Uppskot til) Løgtingslóg um djóravælferð (Djóravælferðarlógin) Kapittul 1 Almennar ásetingar

(Uppskot til) Løgtingslóg um djóravælferð (Djóravælferðarlógin) Kapittul 1 Almennar ásetingar (Uppskot til) Løgtingslóg um djóravælferð (Djóravælferðarlógin) Kapittul 1 Almennar ásetingar 1. Lógin hevur til endamáls at fremja djóravælferð, djóravernd og virðing fyri tomum sum villum djórum. 2.

Læs mere

FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ. Løgtingsmál nr. 170/2010: Uppskot til løgtingslóg um eftirlønarsamansparing og skatt av eftirløn (Eftirlønarskattalógin) Uppskot

FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ. Løgtingsmál nr. 170/2010: Uppskot til løgtingslóg um eftirlønarsamansparing og skatt av eftirløn (Eftirlønarskattalógin) Uppskot EFTIRLØNARSKATTALÓGIN FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ Argir, tann 28. februar 2011 Løgtingið Løgtingsmál nr. 170/2010: Uppskot til løgtingslóg um eftirlønarsamansparing og skatt av eftirløn (Eftirlønarskattalógin) Uppskot

Læs mere