Ognarskiftistrygd tryggingartreytir. nr Tryggingartreytir
|
|
- Viggo Frans Jensen
- 5 år siden
- Visninger:
Transkript
1 Ognarskiftistrygd tryggingartreytir nr Tryggingartreytir
2 Innihaldsyvirlit Alment 1.1 Lóggáva Treyt fyri tekning av trygging Trygging kann ikki teknast fyri Nývirðistrygging Hvør er tryggjaður? Hvørjar lutir fevnir tryggingin um? Hvørjar lutir fevnir tryggingin ikki um? Hvørjar skaðar fevnir tryggingin um? Hvørjar skaðar fevnir tryggingin ikki um? 3 Fylgiútreiðslur 3.1 Bjarging og varðveitsla Upprudding 6 Skaðafráboðan v.m. 4.1 Tá skaði hendir Umvæling Skjalprógv 6 Endurgjald 2.1 Skaðauppgerð Hvussu verður endurgjald veitt? Endurgjald til afturgerð av bygninginum Avskriving fyri ávísar bygningslutir Kosmetiskur skaði Umvælingin seinkað Bygningar, ið skulu verða tiknir niður Bygningar undir endurnýgging/nútíðargerð Sjálvsábyrgd 6 Felagsreglur 5.1 Trygging sambært øðrum tryggingarskjali Eigaraskifti Gildistíð og uppsøgn Tryggingargjald Sertreytir Kærumøguleikar Iðranarrættur 7 2 Tryggingartreytir
3 Ognarskiftistrygd 1.0 Alment 1.1 Lóggáva Umframt hesar tryggingartreytir er føroysk lóggáva á økinum og møguligar sertreytir í tryggingarskjalinum galdandi. 1.2 Treyt fyri tekning av ognarskiftistrygging Tað er ein treyt fyri tekning av ognarskiftistrygging, at ein støðufrágreiðing av bygninginum fyriliggur. Støðufrágreiðingin skal verða gjørd sambært galdandi reglum í løgtingslóg nr. 137 frá 6. oktober 2011, við møguligum seinni broytingum, og sambært kunngerðum, sum eru útskrivaðar við heimild í nevndu lóg Trygging kann ikki teknast fyri: 1. Bygningar seldir frá deyðs- og trotabúgvum 2. Bygningar seldir á tvingsilssølu 3. Frágingnar bygningar 4. Friðaðar bygningar 5. Bygningar verdir at varðveita 6. Lutaíbúðir 1.3 Nývirðistrygging Um einki annað er avtalað, er tann tryggjaði bygningurin tryggjaður til fult virði fyri samsvarandi nýggjan bygning, sí grein Hvør er tryggjaður? (tryggjaði) Tryggjaður er tann tryggingartakari, ið er nevndur á tryggingarskjalinum, og sum eigur tann bygningin, ið er tilskilaður í tryggingarskjalinum. 1.5 Hvørjar lutir fevnir tryggingin um? Tryggingin fevnir um allar bygningar á ognini, uttan so at ásett er í støðufrágreiðingini, at bygningurin ikki er kannaður av tí byggikøna Hvítvørur eru fevndar av tryggingini, um tær eru partur av bygninginum Hvørjar lutir fevnir tryggingin ikki um? 1. Uttandura svimjihylar/gosbað/hitapottar og hartil hoyrandi pumpur og innleggingar 2. Sólskjól og tjaldhimlar 3. Antennur og parabolir 4. Uttandura lutir av hitapumpum, vindmyllum ella øðrum útbúnaði til at gagnnýta varandi orkukeldur 5. Glasstovur og vakstrarhús 6. Aðrar lutir, ið ikki eru umfataðir av kanningini av ognini 1.6 Hvørjar skaðar fevnir tryggingin um? Tryggingin fevnir um umvælingar av aktuellum skaðum og um fysisk viðurskifti í bygninginum, sum hava við sær nærstaddan vanda fyri skaða á tryggjaðu bygningarnar ella bygningspartarnar Hugtakið skaði í hesum føri fevnir um brot, lekar, avlaging, viknan, íkomu av rivum, oyðilegging ella onnur fysisk viðurskifti í bygninginum, sum minka munandi um virðið á ella nýtsluna av bygningunum í mun til aðrar óskaddar bygningar í sama aldri, sum eru í vanliga góðum standi. Vantandi bygningslutir kunnu vera ein skaði Hugtakið nærstaddur vandi merkir, at ein skaði eftir royndum fer at taka seg upp, um ikki serliga viðfevnd viðlíkahaldsarbeiði ella onnur fyribyrgjandi tiltøk verða sett í verk Tryggingin fevnir um skaðar og skaðaváðar, sum vóru til staðar, tá keyparin yvirtók ognina, og sum verða staðfestir og fráboðaðir í tryggingartíðini Við tryggingartíðarskeið er at skilja tað tíðarskeið, ið dekningur er fyri skaða. Tryggingin tekur við tann dagin, tá keyparin yvirtók ognina, og er galdandi antin 5 ella 10 ár fram treytað av avtalaða dekningstíðarskeiðinum. Tryggingartíðarskeiðið er tilskilað í tryggingarskjalinum. 1.7 Hvørjar skaðar fevnir tryggingin ikki um? Tryggingin fevnir ikki um: 1. Viðurskifti, sum eru nevnd í støðufrágreiðingini, uttan so, at viðurskiftini greitt eru lýst skeivt í frágreiðingini. Talan er um skeivt lýst viðurskifti, um lýsingin er misvísandi ella ikki nóg fullfíggjað, soleiðis at ein keypari, við støði í frágreiðingini, ikki hevur havt høvi at meta um veruliga slagið, vavið ella týdningin av viðurskiftunum. 2. Funktiónsviðurskiftini í bygninginum, eitt nú planloysn, innrætting og tílíkt, umframt vanliga nýtslu annars, viðurskifti viðvíkjandi tí at bygningurin er í samsvari við servituttar ella er lógligur í mun til almennar fyriskipanir og estetisk og arkitektonisk viðurskifti, uttan so, at tað sum úrslit av viðkomandi viðurskiftum er hendur ein skaði ella um vandi er fyri, at ein skaði fer at henda sambært grein Skaðar og vandar fyri skaðum í bygningspørtum, um tað í støðufrágreiðingini er nevnt, at umrøddi bygningspartur er mettur at vera gjørdur óatkomiligur fyri tann byggikøna í sambandi við byggiteknisku gjøgnumgongdina. 4. Viðurskifti, har prógvast kann, at keyparin hevði kunnleika til hesi, áðrenn keyparin yvirtók ella á annan líknandi hátt fekk ræði á ognini. 5. Viðurskifti, sum keyparin annaðhvørt hevur fingið fulnað fyri eftir trygd, ella sum keyparin ikki hevur kravt at fáa fulnað fyri eftir trygd frá triðjamanni, umframt viðurskifti, sum eru fevnd av aðrari trygging. 6. Viðurskifti, sum einans fevna um vanligt slit ella vantandi viðlíkahaldi av ognini, uttan so, at tað sum úrslit av hesum viðurskiftum er hendur ein skaði ella um vandi er fyri, at ein skaði fer at henda sambært grein Viðurskifti, sum einans fevna um, at vanliga livitíðin hjá bygningslutum, konstruktiónum ella tilfari er farin. 3 Tryggingartreytir
4 8. Fylgiskaðar, sum taka seg upp vegna viðurskifti, sum keyparin, við støði í upplýsingum í støðufrágreiðingini, átti at havt bøtt um, um endurbøtingin hevði havt við sær, at fylgiskaðin ikki hevði tikið seg upp. 9. Viðurskifti, sum hava tikið seg upp eftir, at fulnaður er fingin fyri sama skaða, um tryggingartakarin í hesum sambandi er gjørdur varugur við, at sami skaði kundi taka seg upp av nýggjum, um orsøkin til skaðan ikki varð bøtt ella tikin burtur. 10. Viðurskifti, sum eru at meta sum bagatellir, sum beinleiðis eru sjónlig fyri einum ikki-serkønum keypara. 11. Skaðar, sum bert eru at meta sum kosmetiskir skaðar. 12. Skaðar á lutir, sum ikki eru fevndir av gjøgnumgongdini av bygningunum, og tí ikki eru partur av støðufrágreiðingini t.d. skaðar uttanfyri bygningarnar, so sum dálking, planering, dren og kloakviðurskifti o.a. 2.0 Endurgjald 2.1 Skaðauppgerð Um onnur avtala ikki er gjørd við Trygd, kann endurgjald ikki ásetast, fyrr enn skaðin er sýnaður. 2.2 Hvussu verður endurgjald veitt? Endurgjald verður ikki veitt fyri dýrari byggitilfar enn tað, sum var í skadda bygninginum, og í mesta lagi fyri byggitilfar og byggihættir, ið vanligir vóru, tá skaðin hendi Tá endurgjald verður ásett, verður fyrilit tikið fyri broytingum í byggiprísum, ið kunnu koma fyri í vanligum byggiskeiði, roknað frá tá skaðin hendi Trygd hevur bert skyldu at rinda endurgjald, um viðkomandi viðurskifti verða bøtt, møguliga við endurútvegan ella útskifting til nakað líknandi Samlaða endurgjaldsupphæddin, sum verður útgoldin, kann ikki fara upp um kontanta keypsprísin fyri ognina við frádrátti fyri virðinum á grundøkinum, tá tryggingin tók við Er handilsvirðið lækkað, tann dagin skaðin hendi, í mun til virðið tá tryggingin tók við, kann endurgjaldið tó ongantíð fara uppum tað, sum bygningurin ella bygningsluturin kundi verið seldur fyri beint áðrenn skaðan. 2.3 Endurgjald til afturgerð av bygninginum Endurgjald til afturgerð verður roknað sum nývirðisendurgjald og verður ásett til ta upphædd, sum tað eftir kostnaðinum á skaðadegnum fer at kosta at endurbyggja tað skadda sum nýtt við sama byggihátti á sama stað Umframt hetta fevnir tryggingin um príshækkan í vanligari byggitíð Um virðið av tí skadda er minkað meira enn 30% av nývirðinum vegna slit og aldur, verður endurgjaldið ásett sambært tílíkari virðisminking. Tá mett verður um virðisminking, skal t.d. verða havt í huga lutfallið millum ta tíð, luturin hevur verið brúktur og ta tíð, hann kundi verið brúktur Endurgjaldið verður útgoldið sambært rokning, tá umvælingin er liðug Verður endurgjaldið ikki nýtt til afturgerð av skaðanum sum avtalað, kann Trygd krevja tær spardu upphæddirnar afturrindaðar. 2.4 Avskriving fyri ávísar bygningslutir Fyri niðanfyri nevndu bygningslutir verður endur gjaldið tó niðurskrivað eftir aldrinum á lutinum, tá skaðin hendi. Tað er tann samlaði skaðin á lutin, ið verður avskrivaður tað vil siga eisini møguligar útreiðslur til handverkarar o.o. Bygninglutir, ið ikki eru nevndir í grein 2.4, kunnu avskrivast vísandi til bóklingin Levetidstabeller frá forlagnum Forsikring og bóklingin V&S Prisdata frá útgevaranum Byggecentrum Útreiðslur til umvælingar verða endurgoldnar eftir somu reglum Tekjur av pappi: Tekjur av græsi og øðrum náttúrurunnum tilfari: Tekjur og klædningur av plastikki og pvc: Upphitingarútbúnaður, so sum oljufýringar, heittvatnstangar, ketlar og varmavekslarar (ikki hitapumpur, brenniovnar, peisir ella útbúnaður at gagnnýta varandandi orkukeldur): Tryggingartreytir
5 2.4.7 Hitapumpur: Lutir uttandura eru ikki umfataðir av tryggingini, sí grein Útbúnaður til at gagnnýta varandi orkukeldur, so sum vindmyllur, sólhita- og jarðhitaskipanir Lutir uttandura eru ikki umfataðir av tryggingini, sí grein Harðar hvítvørur, keramiskar kókiplátur, glas í ovnum, el-riknir motorar og el-radiatorar: Føst gólvteppi, herundir teppi, ið eru límaði fast til eitt undirlag ella løgd á eitt undirlag, sum ikki er at meta sum liðugt gólv: Gólválegging, so sum træ, vinyl, kork, laminat og annað: Vindeygu, hurðar og framsíður av træi: Endurgjaldið verður gjørt upp fyri hvønn lut sær. 2.5 Kosmetiskur skaði Endurgjald verður ikki veitt fyri skaðar á útsjónd, ella mun á liti millum nýggjar lutir og teir upprunaligu. 2.6 Umvælingin seinkað Tryggingin fevnir ikki um meirkostnað, ið stendst av, at tryggingartakarin er atvoldin til, at umvælingin er seinkað. 2.7 Bygningar, ið skulu verða tiknir niður Fyri bygningar, ið frammanundan einum skaða, vóru ætlaðir at taka niður, verður endurgjald veitt fyri upprudding, men ikki útreiðslur til niðurtøku. Umframt hetta verður endurgjald veitt fyri bygningslutir, sum ætlanin var at brúka aftur, til tað virði teir høvdu beint frammanundan skaðanum (dagsvirði), tvs. frádráttur verður gjørdur vegna aldur og slit Endurgjald verður ikki veitt fyri at taka sundur (demontering) Hevði bygningurin ikki verið tikin niður beinanvegin, verður hóskandi endurgjald veitt fyri sakn. Samlaða endurgjaldið kann tó ikki fara upp um ta upphædd, ið endurgjaldið hevði verið, varð tað ásett eftir frammanfyri nevndu reglum um skaðauppgerð. 2.8 Bygningar undir endurnýgging/ nútíðargerð Um skaði verður uppdagaður í sambandi við umvæling ella nýtímansgerð av bygningi ella bygningsluti, verður endurgjald bert veitt fyri tær meirútreiðslur, ið standast av skaðanum, og ikki fyri tær útreiðslur, ið høvdu staðist kortini Endurgjaldið verður roknað á henda hátt: a) Fyri teir skaddu bygningarnar/bygningslutirnar, sum áðrenn skaðan vóru ætlaðir at nýta aftur, verður endurgjaldið veitt til nývirði. b) Fyri aðrar bygningar/bygningslutir, sum áðrenn skaðan ikki vóru ætlaðir at nýta aftur, verður bert goldið fyri útreiðslur til upprudding, men við frádrátti av spardum útreiðslum til niðurríving Endurgjaldið kann í ongum føri vera meira enn handilsvirðið á tí skadda við frádrátti fyri virðinum av grundøkinum, tá tryggingin tók við Er handilsvirðið lækkað, tann dagin skaðin hendi, í mun til virðið, tá tryggingin tók við, kann endurgjaldið tó ongantíð fara uppum tað, sum bygningurin ella bygningsluturin kundi verið seldur fyri beint áðrenn skaðan. 5 Tryggingartreytir
6 2.9 Sjálvsábyrgd Sjálvsábyrgdin er nevnd í tryggingarskjalinum. Samlaða sjálvsábyrgdin má ikki, uttan mun til eina møguliga sjálvsábyrgd fyri hvønn skaða, fara upp um kr. í tryggingartíðini (ár 2014) Tann í grein nevnda upphædd verður javnað 3. hvørt ár eftir nettoprísindeksinum hjá Danmarks Statistik. Landsstýrismaðurin kunnger triðja hvørt ár avrundaðu upphæddina Viðurskifti, hvørs virði eru minni enn kr., eru ikki partur av samlaðu sjálvsábyrgdini, og kunnu tí ikki fráboðast Trygd Sjálvsábyrgdin verður drigin frá endurgjaldinum pr. skaðahending. Ein skaðahending er at meta sum viðurskifti, sum stava frá somu skaðaorsøk, óansæð um skaðin rakar ein ella fleiri tryggjaðar lutir, og óansæð um skaðin verður tilmeldaður í fleiri umførum. 3.0 Fylgiútreiðslur 3.1 Bjarging og varðveitsla Tryggingartakarin hevur skyldu til, eftir førimuni, at fyribyrgja ella avmarka skaða, eins og Trygd hevur rætt til at seta í verk tiltøk við sama endamáli Trygd rindar rímiligt endurgjald fyri at seta í verk hetta arbeiðið Eitt møguligt endurgjald fyri bjarging og varðveitslu skal ikki teljast við í samlaðu endurgjaldsupphæddini, sum víst verður til í grein Upprudding Tryggingin fevnir um neyðugar útreiðslur til upprudding av tryggjaðu lutunum, eftir skaðahending, ið tryggingin fevnir um Við upprudding skilst burturbeinan av bygningsleivdum, ið ikki kunnu verða brúktar sambært skaðauppgerðini Eitt møguligt endurgjald fyri upprudding skal ikki teljast við í samlaðu endurgjaldsupphæddini, sum víst verður til í grein Skaðafráboðan o.l. 4.1 Tá skaði hendir Trygd skal hava fráboðan skjótast gjørligt Ringið á telefon ella farið inn á og fráboðið skaðan Skaðatænastan: Hevur tú tørv á bráðfengishjálp eftir kl. 16 gerandisdagar, tó hósdag eftir kl. 17, vikuskiftis- ella halgi dagar, ber til at ringja til skaðatænastuna á telefon Umvæling Skaði verður umvældur í samráði við Trygd. Tó kann fyribils umvæling verða gjørd sambært avtalu við Trygd, um tað er neyðugt til tess at fyribyrgja álvarsligum fylgjum. Í aðrar mátar er ikki loyvt at ríva niður, burturbeina ella umvæla tryggjaðar lutir, fyrr enn Trygd hevur givið sítt samtykki. Er ikki biðið um samtykki frá Trygd, fellur endurgjaldsskylda felagsins burtur. 4.3 Skjalprógv Trygd kann krevja, at tryggingartakarin skjalprógvar ella ger sannlíkt krav sítt móti felagnum Kann tryggingartakarin ikki skjalprógva ella gera sannlíkt krav sítt móti felagnum, kann hetta ávirka endurgjaldið. 5.0 Felagsreglur 5.1 Trygging sambært øðrum tryggingarskjali (dupulttrygging) Er trygging fyri somu lutir og sama váða tryggjað í øðrum tryggingarfelagi, skal skaðin fráboðast bæði Trygd og viðkomandi felagi. Samstundis skal Trygd hava fráboðan um dupulttryggingina Er fyrivarni tikið í tryggingarskjalinum hjá hinum tryggingarfelagnum um, at tryggingin fellur burtur ella lækkar, um trygging er teknað sambært øðrum tryggingarskjali, er sama fyrivarni galdandi í hesi tryggingini, og tryggingarfeløgini rinda tá, vísandi til tryggingaravtalulógina grein 41-44, lutfalsligt endurgjald Er skaddi luturin umfataður av ábyrgdartrygd frá sølumanni, tænastuveiting ella líknandi, hevur tryggjaði skyldu at venda sær til ábyrgdarstillara fyri at fáa endurgjald. Trygd veitir bert endurgjald sambært tryggingartreytunum, um tryggjaði ikki fær fullan dekning frá ábyrgdarstillara Hevur Trygd veitt endurgjald vísandi til tryggingartreytirnar, gongur Trygd inn í rættindini hjá tryggjaði mótvegis øðrum, ið kunnu ábyrgdast fyri skaðan. 5.2 Eigaraskifti Trygd skal beinanvegin hava fráboðan um eigaraskifti Nýggjur eigari er ikki umfataður av tryggingini. Somuleiðis eru veðhavari ella annar triðimaður heldur ikki umfataðir av tryggingini Um eigaraskifti hendir í tryggingartíðini, verður goldið tryggingargjald afturgoldið soleiðis: Innan 1 ár eftir ígildiskomu 40% Innan 2 ár eftir ígildiskomu 30% Innan 3 ár eftir ígildiskomu 15% Innan 4 ár eftir ígildiskomu 10% Innan 5 ár eftir ígildiskomu 5% Hetta er galdandi, óansæð um tryggingin er galdandi í 5 ella 10 ár. 5.3 Gildistíð og uppsøgn Tryggingin kann ikki sigast upp í úrtíð hvørki av tryggingartakaranum ella Trygd. Tryggingin fer tó úr gildi, tá ognin skiftir eigara Tryggingin er galdandi ta tíðarskeið, ið er nevnt í tryggingarskjalinum, og fer úr gildi uttan uppsøgn tann dag, sum nevndur er í tryggingarskjalinum, ella tá eigaraskifti fer fram, um hetta er áðrenn Við góðkenning frá Trygd, kann trygging, ið er teknað fyri eitt 5 ára skeið, verða longd til at galda í 10 ár, tó treytað av, at ognin verður kannað av nýggjum, og at eigarin hevur hildið ognina í nøktandi standi. 6 Tryggingartreytir
7 5.3.4 Verður tryggingin longd, er hetta at meta sum ein nýggj trygging, og sjálvsábyrgdin byrjar at telja av nýggjum, sí grein Um keyparin doyr, og hjúnarfelagi situr eftir í óskiftum búgvi, heldur trygging fram óbroytt. Trygd skal tó fráboðast um hetta. 5.4 Tryggingargjald Tryggingargjaldið verður goldið í einum, tá tryggingin kemur í gildi ella verður longd Gjaldskravið verður sent til ta adressu, ið tryggingartakarin hevur tilskilað Verður tryggingargjaldið ikki goldið aftaná fyrsta krav, sendir Trygd nýggja skrivliga gjaldsáminning til ta adressu, tryggingartakarin hevur tilskilað, og tryggingartakarin verður skuldskrivaður fyri áminningargjald Í áminningarskrivinum verður tilskilað, hvør rættarfylgjan er, verður tryggingargjaldið ikki goldið innan ta í skrivinum ásettu freistina Tílík áminning verður ikki send, fyrrenn minst 14 dagar eru farnir síðani fyrsta gjaldskrav. Verður ikki goldið innan 14 dagar eftir áminningina, eru felagsins skyldur falnar burtur. 5.7 Iðranarrættur Tú kanst angra keypið av hesi trygging Iðranarfreistin er 14 dagar. Freistin gongur frá tí degi, tú hevur fingið fráboðan um, at tryggingin er teknað. Freistin er tó í fyrsta lagi galdandi frá tí degi, tú á skrift hevur fingið upplýsing um iðranarrættin Gongur freistin út ein halgidag, leygardag, sunnudag, grundlógardag, jólaaftan ella nýggjársdag, verður freistin longd til næsta gerandisdag Um tú ynskir at angra keypið av tryggingin, skalt tú boða Trygd skrivliga frá hesum, áðrenn freistin gongur út. 5.5 Sertreytir Um serligar treytir eru galdandi fyri tryggingina, er hetta tilskilað í tryggingarskjalinum. 5.6 Kærumøguleikar Er ósemja millum teg og Trygd um tryggingarviðurskifti, ella ert tú t.d. ónøgdur við avgerð, ið er tikin í sambandi við skaða, kanst tú, eftir at hava roynt semju við viðkomandi deild, venda tær til kæruviðgera okkara. Sí fleiri upplýsingar á heimasíðu okkara, Tú hevur eisini møguleika at senda skrivliga kæru til kærunevndina fyri trygging: Ankenævnet for Forsikring Anker Heegaards Gade 2, København V Tlf Fax Telefontíð kl (donsk tíð) Heimasíða: Serligt oyðublað til kæruna fæst á heimasíðu okkara, ella á Eitt ávíst kærugjald skal gjaldast, tá kært verður. Kærugjaldið sæst á heimasíðuni hjá kærunevndini, Gjaldið verður endurgoldið, um tú fært fult ella lutvíst viðhald í kæruni. 7 Tryggingartreytir
8 P / F Trygd Tryggingarfelag Oknarvegur 5 P.O. Box 44 FO-110 Tórshavn Faroe Islands Tel Fax trygd@trygd.fo Trygd hugsar um teg 8 Tryggingartreytir
Januar Tryggingartreytir. Hundaábyrgdartrygging
Tryggingartreytir A. Lógargrundarlag 3 B. Felagstreytir 3 1.0 Tey tryggjaðu 3 2.0 Tryggjaðir hundar 3 3.0 Tryggingin fevnir um 3 4.0 Tryggingarhæddir 3 5.0 Tryggingartíð 3 6.0 Landafrøðiligt øki 3 C. Undantøk
Læs mereVanlukkutrygd tryggingartreytir. nr Januar Tryggingartreytir 1
Vanlukkutrygd tryggingartreytir nr. 16-4 Januar 2017 www.trygd.fo Tryggingartreytir 1 Innihaldsyvirlit Tryggingartreytir fyri vanlukkutrygd 1. Nøkur orð um tína vanlukkutrygging Síða 4 3. Vanlukkutrygd
Læs mereAlmennar tryggingartreytir fyri P/F Tryggingarfelagið Lív
Galdandi fyri allar tryggingar við marknaðarrentu. P/F Tryggingarfelagið Lív verður hereftir skrivað LÍV. 1 Persónar 2 Gildisøki og grundarlag 3 Nær er tryggingin galdandi? 4 Hvar er tryggingin galdandi?
Læs mereTryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging
Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging Galdandi frá 1. januar 2016 1. Tryggingaravtalan Stk. 1. Tryggingaravtalan fevnir um bólkalívsavtaluna og niðanfyristandandi tryggingartreytir. Stk. 2. Frávik til
Læs mereJanuar Almennar tryggingartreytir
Almennar tryggingartreytir 1 Alment 3 2 Tryggingarpartar 3 3 Avtalugrundarlag 3 4 Ígildiskoma 3 5 Gjald 3 6 Gjaldskái 4 7 Gjaldsskeiðið endar 4 8 Fullnaður 4 A: Veiting við óarbeiðsføri 4 a.a: Avlamisupphædd
Læs mereSagsøgeren har påstået sagsøgte dømt til at betale 42.400 kr. med procesrente fra den 26. juni 2003, subsidiært procesrente fra den 22. april 2008.
DOM Afsagt af retten på Færøeme den 22. december 2009 IBS-sagnr. 619/2008 Skatteyderi mod TAKS Samandráttur: Málið snýr seg partvís um saksøkjarin, skattagjaldari, skal rinda mvg av skrásetingaravgjaldinum
Læs mereDesember Tryggingartreytir. Bátatrygging
Tryggingartreytir Tryggingargrundarlag 3 Deild D Felagsreglur 7 Deild A Skrokktrygging v.m. 3 1.0 Tryggingin fevnir um 3 2.0 Tryggjaðir lutir 3 2.1 Skrokkur 3 2.2 Skaðaorsøkir 3 2.3 Skaði á maskinu v.m.
Læs mereJanuar Tryggingartreytir. Vanlukkutrygging
Tryggingartreytir 1. Nøkur orð um tína vanlukkutrygging 3 3. Felags ásetingar 6 2. Felagstreytir 3 2.1 Hvør er tryggjaður 3 2.1.1 Heiltíðarvanlukkutrygging 3 2.1.2 Frítíðarvanlukkutrygging 3 2.1.3 Barnavanlukkutrygging
Læs mereFelagslívstrygging. fyri limir í Føroya Fiskimannafelag. Havnar Arbeiðsmannafelag Føroya Arbeiðarafelag. Felagslívstrygging
Felagslívstrygging fyri limir í Føroya Fiskimannafelag 2016 Havnar Arbeiðsmannafelag Føroya Arbeiðarafelag Felagslívstrygging 2013 1 Føroya Fiskimannafelag Føroya Fiskimannafelagið (nevnt felagið) hevur
Læs mereViðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding av elinnleggjarum
Johan Dahl, landsstýrismaður Vinnumálaráðið Tinganes FO-100 Tórshavn Landsstýrismálanevndin 01.06.2011 j. nr. 7.13-20110005 14 bl/td (at tilskila í svari) Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding
Læs mereFamiljutrygd tryggingartreytir. nr Januar Tryggingartreytir
Familjutrygd tryggingartreytir nr. 7-03 Januar 2017 www.trygd.fo 1 Tryggingartreytir Innihaldsyvirlit 1. Alment Síða 1.1 Lóggáva 4 1.2 Hvør er tryggjaður? 4 1.3 Á hvørjum støðum tekur tryggingin við? 4
Læs mereAkfarstrygd tryggingartreytir. Tryggingartreytir 1
Akfarstrygd tryggingartreytir nr. 1-02 www.trygd.fo Tryggingartreytir 1 Innihaldsyvirlit Tryggingartreytir fyri Akfarstrygd, ið eru galdandi saman við lógini um Tryggingar-avtalur. A. Alment Síða 1. Stovnan
Læs mereKonference om affald på havet
Konference om affald på havet Miljøtilsyn lavet af Skipaeftirlitið Skipaeftirlitið (maritime( myndigheder) Tilsyn som er krævet efter bekendtgørelse nr. 122 fra den 25. november 2005 / 11 stk. 3 og aftale
Læs mereGivið út 30. mai 2017
Givið út 30. mai 2017 Nr. 78 29. mai 2017 Løgtingslóg um broyting í ymiskum lógum á málsøkinum persóns-, húsfólka- og arvarætti (Myndugleikaflyting vegna yvirtøku av málsøkinum) Samsvarandi samtykt Løgtingsins
Læs mereforbindelse med både ansættelse, ændring i ansættelsesforhold og ved afslutning af ansættelsen.
Retningslinie Uppgávu- og ábyrgdarbýtið ímillum og eindir/leiðarar á LS, tá ið byrjar í starvi, broytir starv innanhýsis ella fer úr starvi / Opgave og ansvarsfordeling mellem medarbejdere og afdelinger
Læs mereHavnar Arbeiðsmannafelag Føroya Arbeiðarafelag Felagslívstrygging. Havnar Arbeiðsmannafelag Føroya Arbeiðarafelag Felagslívstrygging
Havnar Arbeiðsmannafelag Føroya Arbeiðarafelag Felagslívstrygging 2017 Havnar Arbeiðsmannafelag Føroya Arbeiðarafelag Felagslívstrygging 2013 Havnar Arbeiðsmannafelag Føroya Arbeiðarafelag Havnar Arbeiðsmannafelag
Læs mereJanuar Tryggingartreytir. Akfarstrygging
Tryggingartreytir A. Lógargrundarlag 3 B. Felagstreytir 3 1.0 Nær tekur tryggingin við 3 2.0 Hvønn fevnir tryggingin um 3 3.0 Hvar fevnir tryggingin um 3 3.1 Ferðsluábyrgdartryggingin 3 3.2 Skrokktryggingin
Læs mereJuni Tryggingartreytir. Akfarstrygging
Tryggingartreytir A. Lógargrundarlag 3 B. Felagstreytir 3 1.0 Nær tekur tryggingin við 3 2.0 Hvønn fevnir tryggingin um 3 3.0 Hvar fevnir tryggingin um 3 3.1 Ferðsluábyrgdartryggingin 3 3.2 Skrokktryggingin
Læs mere- Webundersøgelse, Fólkaskúlaráðið, oktober 2013. Fólkaskúlaráðið. Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på
Fólkaskúlaráðið Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på og erfaringer med ressourcentre på skolerne 2013 Udarbejdet af Scharling Research for bestyrelsen i Fólkaskúlaráðið, oktober 2013 Scharling.dk
Læs merePRIVAT JANUAR 15 TRYGGINGARTREYTIR AKFARSTRYGGING
PRIVAT JANUAR 15 TRYGGINGARTREYTIR 2/9 INNIHALDSYVIRLIT A. LÓGARGRUNDARLAG 3 B. FELAGSTREYTIR 3 1.0 Nær tekur tryggingin við 3 2.0 Hvønn fevnir tryggingin um 3 3.0 Hvar fevnir tryggingin um 3 3.1 Ferðsluábyrgdartryggingin
Læs mereFøroya Arbeiðarafelag Felagslívstrygging
Føroya Arbeiðarafelag Felagslívstrygging 2018 Havnar Arbeiðsmannafelag Føroya Arbeiðarafelag Felagslívstrygging 2013 Føroya Arbeiðarafelag Føroya Arbeiðarafelag hevur gjørt felags avtalu við Alka viðvíkjandi
Læs mereNOVEMBER TRYGGINGARTREYTIR INNBÚGVSTRYGGING
NOVEMBER 16 TRYGGINGARTREYTIR 2/22 INNIHALDSYVIRLIT SOLEIÐIS VERÐA TREYTIRNAR NÝTTAR 4 A. LÓGARGRUNDARLAG 4 B. FELAGSTREYTIR 4 10.00 Hvør er tryggjaður? 4 11.00 Eigaraskifti 5 12.00 Tryggingarstaður 5
Læs mereGamlar myndir úr Norðuroyggjum
Nr. 289 Hósdagur 20. mars 2003 10,- Síða 20 Símun Johan Wolles 70 ár Løgtingsmál viðvíkjandi fiskivinnu og -monnum Vit greiða frá teimum framløgdu tingmálunum, sum viðvíkja fiskimonnum. Síða 6-9 FF hevur
Læs mereUppskot. til. løgtingslóg um rættindi løntakaranna í sambandi við, at landsstýrið yvirtekur mál og málsøki frá ríkismyndugleikunum
FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ Argir, 26. apríl 2005 Løgtingið Løgtingsmál nr. 97/2004: Uppskot til løgtingslóg um rættindi løntakaranna í sambandi við, at landsstýrið yvirtekur mál og málsøki frá ríkismyndugleikunum
Læs mereBekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland
Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland I medfør af 41, stk. 6, 53, stk. 8, og 95 i lov om arbejdsløshedsforsikring m.v., jf. lovbekendtgørelse
Læs mere11. december (Indsendelsesbekendtgørelsen) Kapitel 1 Anvendelsesområde
Nr. 1385 11. december 2007 Bekendtgørelse for Færøerne om indsendelse og offentliggørelse af årsrapporter m.v. hos den færøske registreringsmyndighed, sum broytt við kunngerð nr. 32 frá 22. apríl 2014
Læs mereLiðugfráboðan til eftirlits av Brunaávaringarskipan
Síða 1 av 5 Til Brunaumsjón landsins, Tinghúsvegi 5, 100 Tórshavn Liðugfráboðan til eftirlits av Brunaávaringarskipan Anleggseigari Navn: Bústaður: Att.: Anlaggsadressa Navn: Bústaður: Kontaktpersónur:
Læs mereLøgmansskrivstovan. Løgtingið Dagfesting: 11. november 2016 Mál nr.: /16 Málsviðgjørt: GJ
Løgmansskrivstovan Løgtingið Dagfesting: 11. november 2016 Mál nr.: 0627-001/16 Málsviðgjørt: GJ Løgtingsmál nr. xx/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lov om forsikringsaftaler. (Bann móti nýtslu
Læs mereVegleiðing um krøv í løgtingslóg um tryggingarvirksemi til nevndarlimir og stjórnarlimir um førleika og heiðursemi (fit & proper)
Nr. 1 28. juni 2018 Vegleiðing um krøv í løgtingslóg um tryggingarvirksemi til nevndarlimir og stjórnarlimir um førleika og heiðursemi (fit & proper) (Vejledning om krav i forsikringsloven til bestyrelsesmedlemmers
Læs mereLØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR
Tórshavn, tann 24. oktober 2007 J.Nr.: 200700050 (at tilskila í svari) Viðgjørt: Álit viðvíkjandi klagu frá A um, at Búnaðargrunnurin hevur givið alment innlit í mál viðvíkjandi klagaranum B, adv. hevur
Læs mereDOM. Under denne sag, der er anlagt den 16. august 2010, har sagsøgerne, A, B, C, D, E, F, H, I, J og K, nedlagt påstand om:
DOM Afsagt den 14. juni 2011 i sag nr. BS 1270/2010: A, B, C, D, E, F, G, H, I, J og K mod TAKS Under denne sag, der er anlagt den 16. august 2010, har sagsøgerne, A, B, C, D, E, F, H, I, J og K, nedlagt
Læs mereHeilsu- og innlendismálaráðið
Heilsu- og innlendismálaráðið Løgtingið Dagfesting: 5. januar 2018 Mál nr.: 17/00573-14 Málsviðgjørt: MHR Løgtingsmál nr. xx/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í Anordning om ikrafttræden for Færøerne
Læs mereHeilsu- og innlendismálaráðið
Heilsu- og innlendismálaráðið Løgtingið Dagfesting: 5. mars 2018 Mál nr.: 17/00573-95 Málsviðgjørt: MHR Løgtingsmál nr. 109/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í anordning om ikrafttræden for Færøerne
Læs mereFrágreiðing frá Skipaeftirlitinum um arbeiðsvanlukku umborð á Túgvusteini hin
P/f Thor Bryggjan 5 420 Hósvík Miðvágur, hin 05. januar 2009 Mál: 20030532-33 Viðgjørt: JS Frágreiðing frá Skipaeftirlitinum um arbeiðsvanlukku umborð á Túgvusteini hin 19-09-2008 Frágreiðing um skipið
Læs mereKunngerð. grannskoðaraváttanir v.m.
Uppskot til Kunngerð um grannskoðaraváttanir v.m. Við heimild í 15, stk. 4 og 51, stk. 2 í løgtingslóg nr. 45 frá 11. mai 2009 um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir, sum seinast broytt við
Læs mereDátueftirlitið Tinganes - Postboks Tórshavn Telefonnr:
Fíggjarmálaráðið Traðargøta 39 FO-160 Argir Tórshavn, tann 19. apríl 2007 J. nr.: 20070025-4 Viðgjørt: KJ/IE Viðvíkjandi Lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask af udbytte og finansiering af
Læs mereFærøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar
Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar OLE WICH 2013 Javnaðarflokkurin á Fólkatingi Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir
Læs mereFøroya Arbeiðarafelag. Havnar Arbeiðsmannafelag. Felagslívstrygging. Havnar Arbeiðsmannafelag. Føroya Arbeiðarafelag. Felagslívstrygging
Føroya Arbeiðarafelag Havnar Arbeiðsmannafelag Felagslívstrygging 2015 Havnar Arbeiðsmannafelag Føroya Arbeiðarafelag Felagslívstrygging 2013 Føroya Arbeiðarafelag Havnar Arbeiðsmannafelag Føroya Arbeiðarafelag
Læs mereLøgtingið. Tórshavn, tann 24. februar 2009 Vmr J.Nr.:
Løgtingið. Tórshavn, tann 24. februar 2009 Vmr J.Nr.: 200900059 Viðgjørt: ABD Løgtingsmál nr. 149/2008: Uppskot til løgtingslóg um at broyta ymsar vinnufelagalógir (fylgibroytingar til grannskoðaralógina)
Læs mereJanuar2018. Tryggingartreytir. Einstøk ferð
Januar2018 Tryggingartreytir Endurgjaldsyvirlit 4 1.00 Hvør kann tekna hesa trygging 6 2.00 Hvørji eru tryggjað 6 3.00 Hvar fevnir tryggingin um 6 4.00 Nær tekur tryggingin við 6 10.00 Sjúka ella skaði
Læs mereKunngerð um stuðul til hoyritól, sum seinast broytt við kunngerð nr. 21 frá 3. apríl 2013
Nr. 96 18. november 2008 Kunngerð um stuðul til hoyritól, sum seinast broytt við kunngerð nr. 21 frá 3. apríl 2013 Kapittul 1 Hoyritól Kapittul 2 Umsiting Kapittul 3 Vanligar treytir Kapittul 4 Privatir
Læs mereAdvokatskrivstovan Fr. Petersensgøta
Advokatskrivstovan Fr. Petersensgøta Fr. Petersensgøta 9 Postboks 6 110 Tórshavn Telefon: (298) 11145 Telefax: (298) 11525 Tórshavn, tann 26.11.1997 970823 kj Oljufyrisitingin Debesartrøð att. Herálvur
Læs mereJanuar Tryggingartreytir. Ársferðatrygging
Tryggingartreytir Endurgjaldsyvirlit 4 1.00 Hvør kann tekna hesa trygging 6 2.00 Hvørji eru tryggjað 6 3.00 Hvar fevnir tryggingin um 6 4.00 Nær tekur tryggingin við 6 5.00 Hvørjar ferðir eru tryggjaðar
Læs mereFólkaheilsukanning Hvussu hevur tú tað 2015
Fólkaheilsukanning 2015 - Hvussu hevur tú tað 2015 Fólkaheilsuráðið juni 2016 Sálarheilsa Sálarheilsa Perceived Stress Scale Í hesi kanningini verður PSS (Perceived Stress Scale) nýtt fyri at meta um sálarheilsuna
Læs mereDANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál. Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess
DANSK 1-2-3 Danskt sum 1., 2. og 3. mál Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess Hvat halda næmingar um danskt og undirvísing í donskum / Hvad synes eleverne om dansk og danskundervisningen? Spørgeskemaundersøgelse
Læs mereMálsgongd Við skrivi, dagfest 12. desember 2008, sendi Mentamálaráðið soljóðandi uppsøgn til klagaran:
Tórshavn, tann 23. apríl 2013 J.Nr.:28/ 201200015 / 13 (at tilskila í svari) Tykkara J.nr. Álit viðvíkjandi klagu um skikkaða eftirløn hjá tænastumanni Við skrivi, dagfest 6. februar 2012, hevur A sent
Læs mereLøgtingið Tórshavn, tann 9.juni 2015 J.nr.: 12/ Løgtingsmál nr. / 2015: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar søloven
Løgtingið Tórshavn, tann 9.juni 2015 J.nr.: 12/00004 Løgtingsmál nr. / 2015: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar søloven Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri
Læs mereLøgmansskrivstovan. Dagfesting: 15. desember 2016 Mál nr.: /16 Málsviðgjørt: GMN. Fylgiskjal 1. Javntekstur
Løgmansskrivstovan Dagfesting: 15. desember 2016 Mál nr.: 0617-002/16 Málsviðgjørt: GMN Fylgiskjal 1 Javntekstur Galdandi orðingar í revsilógini samanbornar við broyttu orðingarnar í løgtingslógaruppskotinum.
Læs mereUnder arbejdet med kunngerðini er jeg blevet opmærksom på 3 områder i loven, jeg mener vi lige må tænke over en ekstra gang.
Fra: Gunnvør Eriksen [mailto:gunnvore@mmr.fo] Sendt: 9. februar 2006 14.23 Til: Løgtingið Emne: Skjal 5 HEILSUSKÚLIN - Ummæli av lógaruppskoti Vinarliga / Best Regards Gunnvør Eriksen Mentamálaráðið ':
Læs mereHEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ
18. november 2015 Mál: 15/00865-3 Viðgjørt: SJH Løgtingsmál nr. XX/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin) (Broyting av reglum um gjald, kostískoyti,
Læs mereÁlit Viðvíkjandi klagu um vantandi fráboðan, grundgeving og kæruvegleiðing í avgerðum hjá TAKS
Tórshavn, tann 15. juli 2010 J.Nr.: 200900065 / 23 Álit Viðvíkjandi klagu um vantandi fráboðan, grundgeving og kæruvegleiðing í avgerðum hjá TAKS Við skrivi, móttikið tann 1. august 2009, hevur A sent
Læs mereBekendtgørelse af overenskomst af 2. februar 2007 med Island om den maritime afgrænsning mellem Færøerne og Island
BKI nr 24 af 16/03/2010 (Gældende) Udskriftsdato: 25. september 2019 Ministerium: Udenrigsministeriet Journalnummer: Udenrigsmin., JTF j.nr. 55.Island.1. Senere ændringer til forskriften Ingen Bekendtgørelse
Læs mereSkatta- og avgjaldsmál avgerðir
Skatta- og avgjaldsmál avgerðir Mál nr.: Lóg: Avgerð tikin: 09-03-31-72 Meirvirðisgjaldslógin 12 29.11.2010 Sýtt útgjald av íløgu-mvg. Søla av virksemi. Próvbyrða. Samandráttur: Kært er um, at TAKS hevur
Læs mereTine Færch Jørgensen. Til Trafik- og Byggestyrelsen
Tine Færch Jørgensen Fra: Per Henriksen Sendt: 16. november 2015 13:22 Til: ts Info Cc: Tine Færch Jørgensen Emne: Bemærkninger til udkast til gebyrbekendtgørelser for den civile luftfart
Læs mere(Uppskot til) Løgtingslóg um djóravælferð (Djóravælferðarlógin) Kapittul 1 Almennar ásetingar
(Uppskot til) Løgtingslóg um djóravælferð (Djóravælferðarlógin) Kapittul 1 Almennar ásetingar 1. Lógin hevur til endamáls at fremja djóravælferð, djóravernd og virðing fyri tomum sum villum djórum. 2.
Læs mereAlternativur flogvøllur í Føroyum.
J. nr. 200700935-109 EK (at tilskila í svari) Tórshavn, 30. mars 2010 Veðurfrøðilig frágreiðing um kanning í samband við flogvallaviðurskifti Alternativur flogvøllur í Føroyum. Nógvar meiningar um ein
Læs mereGrannskoðaraeftirlitið. Grannskoðaraeftirlitið. Ársfrágreiðing. Almannakunngjørd 23. juni 2017
Grannskoðaraeftirlitið Ársfrágreiðing 2016 Almannakunngjørd 23. juni 2017 Skrivstovuhald: Skráseting Føroya Sigmundargøta 13 Boks 264 110 Tórshavn Tlf.: +298356010 E-mail: skr@skraseting.fo Innihaldsyvirlit
Læs mereGoymslutreytir. 1. Alment
Goymslutreytir 1. Alment Goymslutreytirnar hjá Betri Banka innihalda eina almenna kunning um tær treytir, sum eru galdandi fyri tína goymslu. Í goymsluni varðveita vit tíni virðisbrøv og veita ta tænastu,
Læs mereLøgtingsmál nr. 115/2011: Uppskot til løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin) Uppskot. til. løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin)
Løgtingið. Tórshavn, tann 9. januar 2012 VMR j.nr.: 11/00401 Viðgjørt: ABD Løgtingsmál nr. 115/2011: Uppskot til løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin) Uppskot til løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin)
Læs mereFakturablanketten virk.dk. 1 At senda elektroniskar rokningar við fakturablanketten
Fakturablanketten virk.dk At senda fakturar til kunda via teldupost, har fakturin er viðheftur sum t.d. pdf-skjal, er ikki at rokna sum elektronisk fakturering (talgild fakturering) í hesum sambandi. Talgild
Læs mereGivið út 1. juli 2016
Givið út 1. juli 2016 Nr. 72 27. juni 2016 Kunngerð um bygningskunngerð 2017 (BK17) Við heimild í 3, 5, stk. 1, 6, stk. 1, 8 og 18, 20, stk. 2 og 5, 21, stk. 2 og 22, stk. 1 og 2 í løgtingslóg nr. 60 frá
Læs mereGrannskoðaraeftirlitið. fghjklæøzxcvbnmqwertyuiopåasdfghj. Ársfrágreiðing og 2010
qwertyuiopåasdfghjklæøzxcvbnmqw ertyuiopåasdfghjklæøzxcvbnmqwert yuiopåasdfghjklæøzxcvbnmqwertyui opåasdfghjklæøzxcvbnmqwertyuiopå asdfghjklæøzxcvbnmqwertyuiopåasd Grannskoðaraeftirlitið fghjklæøzxcvbnmqwertyuiopåasdfghj
Læs mereBygnaðarbroytingar, tænastumenn og grundgevingar
Bjarni Mortensen Bygnaðarbroytingar, tænastumenn og grundgevingar Bjarni Mortensen 1 Úrtak. Greinin er skrivað sum partur av próvtøkuni á skeiði í føroyskum kollektivum arbeiðsrætti. Greinin viðger støðuna
Læs mereLærarafundur 8 sept. 2015
Lærarafundur 8 sept. 2015 Dagsskrá lærarafundur 8 sept. 2015 1. Virksemisætlanirnar 2. Starvsfolkasamrøður 3. Kunngerð um reglur at fremja gott skil og umsjón við næmingunum í skúlatíðini 4. Flokslærara-uppgávan
Læs mereBørn og doyving Kunning til foreldur
Børn og doyving Kunning til foreldur Børn og doyving Barnið skal fasta við skurðviðgerð.. 3 Kravið viðikjandi at fasta er Áðrenn skurðviðgerð 4 Hvør er leikluturin hjá foreldrunum? Doyving Ymiskir hættir
Læs mereVegleiðing at dagføra GPS-kort. Tillukku við tínum keypi av GPS-korti. Kortið fevnir um Føroyar.
Vegleiðing at dagføra GPS-kort Sp/f Munin Dalavegur 47 FO-100 Tórshavn Føroyar www.munin.fo E-mail : munin@munin.fo Tlf. +298 35 36 00 Fax +298 35 36 01 Tórshavn tann 25-11-2013 Tillukku við tínum keypi
Læs mereLØG M A N S S K R I V S T O V A N. P r i m e M i n i s t e r s O f f i c e
Løgtingið 100 Tórshavn 24. februar 2014 Mál: 0696-001/13-28 Viðgjørt: NF Lógatænastan Løgtingsmál nr. 124/2013: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í rættargangslógini fyri Føroyar og í lov nr. 560
Læs mereTryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging
Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging Galdandi frá 1. september 2016 1. Tryggingaravtalan Stk. 1. Tryggingaravtalan fevnir um bólkalívsavtaluna og niðanfyristandandi tryggingartreytir. Stk. 2. Frávik
Læs mereLøgtingsmál nr. 51/2008: Uppskot til løgtingslóg um at høvuðsumvæla, útbyggja og nútíðargera Landssjúkrahúsið. Uppskot. til
Formateret: Skrifttype: Arial Narrow, Kontroller ikke stavning eller grammatik HEILSUMÁLARÁÐIÐ Løgtingið Dato: 3. Desember 2008 Mál: 0.21-200800547/34 Tygara skriv: Viðgjørt: Løgtingsmál nr. 51/2008: Uppskot
Læs mereFíggjarmálaráðið. Løgtingið Dagfesting: 7. februar 2018 Mál nr.: 17/ Málsviðgjørt: JEK
Fíggjarmálaráðið Løgtingið Dagfesting: 7. februar 2018 Mál nr.: 17/00489-2 Málsviðgjørt: JEK Løgtingsmál nr. 84/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tollsatsir (Toll- og vøruskráin)
Læs mere23 Uppskot til løgtingslóg um umskipan av Føroya Lívstrygging Skjal 0. Frágreiðing um umskipan av Føroya Lívstrygging til partafelag
Føroya Lívstrygging 23 Uppskot til løgtingslóg um umskipan av Føroya Lívstrygging Skjal 0 Innihaldsyvirlit Frágreiðing um umskipan av Føroya Lívstrygging til partafelag 1 Inngangur * 2 Niðurstøða * 3 Grundarlag
Læs mereLøgtingsmál nr. xx/2008: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tænastumenn landsins. Uppskot. til
Tórshavn, tann 19.februar 2008 J.Nr.: 8201-73-0003/2007 (at tilskila í svari) Viðgjørt: sn Løgtingið Løgtingsmál nr. xx/2008: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tænastumenn landsins.
Læs mereHeilsu- og innlendismálaráðið
Heilsu- og innlendismálaráðið Dagfesting: 29. januar 2018 Mál nr.: 17/00573-45 Málsviðgjørt: MHR Fylgiskjal 1 Javntekstur og lykil Galdandi orðingar í løgtingslógini samanbornar við broyttu orðingarnar
Læs mereFøroyska bygningsreglugerðin 2017 (FBR17)
Skjal 1 Føroyska bygningsreglugerðin 2017 (FBR17) 1 Fyrisitingarligar ásetingar... 7 1.1 Alment... 7 1.2 Nýtsluavmarkingar av bygningsreglugerðini... 7 1.3 Umsókn um byggiloyvi... 9 1.3.1 Formkrøv til
Læs mereViðvíkjandi: P/f Tryggingarfelag Føroyar yvitekur virkisøkið frá P/f Trygd
Advokatskrivstovan Tórshavn, tann 19. desember 2008 Frúutrøð 4 Postboks 6 J.nr.: K600-2008063 FO-110 Tórshavn Viðgjørt: S.R Att: Christian F. Andreasen Tygara ref: Viðvíkjandi: P/f Tryggingarfelag Føroyar
Læs mereFøroyska bygningsreglugerðin 2015
Fylgiskjal 1 Føroyska bygningsreglugerðin 2015 1 Fyrisitingarligar ásetingar... 6 1.1 Alment... 6 1.2 Nýtsluavmarkingar av bygningsreglugerðini... 6 1.3 Umsókn um byggiloyvi... 8 1.3.1 Formkrøv til umsóknartilfar...
Læs mereP/F EIK BANKI YVIRI VIÐ STROND 2 POSTBOX TÓRSHAVN Føroyar
P/F EIK BANKI YVIRI VIÐ STROND 2 POSTBOX 34 110 TÓRSHAVN Føroyar Dagfest: 3. februar 2017 J.nr.: 16/07619-38 P-tal/V-tal: 589306 Títt skriv: BROYTINGARSKRIV Viðvíkjandi goodwill í samband við yvirtøku
Læs mereSamandráttur av øllum uppskotunum
Fylgiskjal 3 Samandráttur av øllum uppskotunum Lov om restrukturering og afvikling af visse finansielle virksomheder (afviklingsloven) Lov nr. 333 af 31. marts 2015 Uppskotið snýr seg í stóran mun um arbeiðs-
Læs mereHEILSUMÁLARÁÐIÐ. Til: hoyringspartar
HEILSUMÁLARÁÐIÐ Til: hoyringspartar Tórshavn, 01.06.2011.2011 Mál: 09/00691-6262 Tygara skriv: Viðgjørt: JS Viðvíkjandi uppskoti til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lov om klage- og erstatningsadgang
Læs mereAkademiútbúgvingin. Próvtøkan juni Føroya Handilsskúli
Akademiútbúgvingin Próvtøkan juni 2014 Føroya Handilsskúli Janusargøta 2 Postsmoga 177 FO-110 Tórshavn Tlf.: +298 317177 Fax.: +298 313374 t-postur alk@fh.fo ella gg@fh.fo 1 Til lesandi Nú byrjar próvtøkutíðarskeiðið.
Læs mereLandsstýrismálanevndin hevur viðgjørt málið á fundum 30. oktober 2012, 22. januar, 21. mars og 11. apríl 2013.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, Fíggjarmálaráðið Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður, Maritugøta 79, Hoyvík Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna, Jørundsgøta 40, Klaksvík Kristina Háfoss, løgtingskvinna,
Læs mereOVERENSKOMST FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ FARMAKONOMFORENINGEN MELLEM
2010 OVERENSKOMST MELLEM FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ og FARMAKONOMFORENINGEN 1 Ansættelse... 3 2 Løn... 3 Farmakonomer og defektricer... 3 Mellemledere... 3 Ledende farmakonom/souschef... 3 Systemansvarlige og undervisere...
Læs mereKlagan til TV2. Hvat kann gerast. Upplivdi illveðrið í 1932, ið beindi fyri formanni í FF. Livravirkið á Eiði. Frásøgn hjá Andrew Godtfred:
Nr. 323 Hósdagur 5. august 2004 12,- Síða 13 Livravirkið á Eiði Nýggj roynd at gagnnýta livrina og aðrar úrdráttir. Vit hava verið á Eiði og hitt virkisleiðaran Onnu Katrin Matras. Síða 9 Frásøgn hjá Andrew
Læs mereJavntekstur og lykil. Galdandi orðingar í ættleiðingarlógini samanbornar við broyttu orðingarnar í uppskotinum til ættleiðingarlógarlóg
Dagfesting: 8. januar 2018 Mál nr.: 17/00573-17 Málsviðgjørt: MHR Fylgiskjal 1 Javntekstur og lykil Galdandi orðingar í ættleiðingarlógini samanbornar við broyttu orðingarnar í uppskotinum til ættleiðingarlógarlóg
Læs mereSÁTTMÁLI MILLUM FARMAKONOMFORENINGEN OG FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ
SÁTTMÁLI MILLUM FARMAKONOMFORENINGEN OG FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ 1 Ansættelse Stk. 1. Denne overenskomst omfatter farmakonomer og defektricer ansat i det færøske apotekervæsen. Stk. 2. Apoteket er forpligtet til
Læs mereÁlit. viðvíkjandi klagu um manglandi svar upp á innlitsumbøn
Tórshavn, tann 10. september 2013 J.Nr.:11/ 201300043 / 25 Álit viðvíkjandi klagu um manglandi svar upp á innlitsumbøn Við teldubrævi, dagfest 29. mai 2013, hevur A, Oyggjatíðindi sent umboðsmanninum soljóðandi
Læs mereLøgtingsmál nr. 148/2008: Uppskot til løgtingslóg um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir (grannskoðaralógin) Uppskot.
Løgtingið. Tórshavn, tann 3. februar 2009 Vmr J.Nr.: 200800319 Viðgjørt: ABD/SPS Løgtingsmál nr. 148/2008: Uppskot til løgtingslóg um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir (grannskoðaralógin)
Læs mereInklusión, Relatiónir og Felagsskapurin. Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014
Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014 Integration og eksklusión versus inklusión Integratión merkir at vera so normalur, sum gjørligt,
Læs mereKanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum
Kanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum LØGTINGIÐ 19 nevndin Kanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum 19 nevndin: Joen Magnus Rasmussen, formaður Kristina Háfoss, næstforkvinna Helgi Abrahamsen
Læs mereDOM. De sagsøgte har nedlagt påstand om frifindelse, således at Skatte- og afgiftkærenævnets afgørelse af 9. november 2016 stadfæstes.
Færøernes Ret DOM Afsagt den 26. oktober 2017 i sag nr. BS 289/2017: TAKS mod A, B, C, D, E, F, G, H, I, J og K Sagens baggrund og parternes påstande Sagen vedrører de skattemæssige konsekvenser af, at
Læs mereBYGNINGSKUNNGERÐIN 2017
BYGNINGSKUNNGERÐIN 2017 Hesi fyrivarni eru tikin til innihaldið Í sambandi við útgávuna av hesi prentútgávu av kunngerð nr. 72 frá 27. juni 2016 um bygnings kunngerð 2017, hevur Landsverk sett kunn gerðina
Læs mereSTOVNAN AV KUNDASAMBANDI PRIVAT
STOVNAN AV KUNDASAMBANDI PRIVAT Lógin um hvítvask sum allir peningastovnar skulu fylgja setir krav til, at sparikassin skal kenna tíni samlaðu fíggjarviðurskifti við okkum, áðrenn vit kunnu stovna teg
Læs mereLøgtingsmál nr. 126/2007: Uppskot til løgtingslóg um havnir. Uppskot. til. løgtingslóg um havnir
Fólkaflokkurin Sambandsflokkurin Sjálvstýrisflokkurin Løgtingið Løgtingsmál nr. 126/2007: Uppskot til løgtingslóg um havnir Uppskot til løgtingslóg um havnir Kapittul 1 Øki og allýsingar 1. Lógin er galdandi
Læs mereLøgtingið Tórshavn, tann 7. mars 2016 J.nr.: 15/00233
Løgtingið Tórshavn, tann 7. mars 2016 J.nr.: 15/00233 Løgtingsmál nr. 85/ 2015: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af søloven Uppskot til
Læs mereÁlit. viðvíkjandi. víðkan av føroysku útbúgvingarstuðulsskipanini til allar lesandi føroyingar uttanlands
Álit viðvíkjandi víðkan av føroysku útbúgvingarstuðulsskipanini til allar lesandi føroyingar uttanlands 1. Inngangur Í løgmansrøðuni fyri hesa tingsetuna segði løgmaður m.a., at landsstýrið fyrireikar
Læs mereÁlit við tilmæli um samsýning og eftirløn til løgtingslimir
eftirløn til løgtingslimir INNIHALDSYVIRLIT Inngangur 2 Samandráttur 4 Verandi skipan í Føroyum 6 3.1 Løgtingslimir 6 Skipanin í grannalondum okkara 12 4.1 Grønland 12 4.2 Ísland 14 4.3 Danmark 16 4.4
Læs mereUttanríkis- og vinnumálaráðið
Uttanríkis- og vinnumálaráðið Løgtingið Dagfesting: 1. november 2018 Mál nr.: 17/00276 Málsviðgjørt: jd Løgtingsmál nr. 70/2018: Uppskot til løgtingslóg um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi o.a.
Læs mereLØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR
Tórshavn, tann 5. november 2007 J.Nr.: 200700058 (at tilskila í svari) Viðgjørt: Álit viðvíkjandi avgerð hjá Løgmansskrivstovuni um noktan av almennum innliti í skjøl viðvíkjandi føroysku sendistovuni
Læs mereSigurd fekk medalju fyri sigling í krígstíð í Íslandi
Síða 4 Ættarliðsskifti í Realinum Nr. 344 Hósdagur 9. juni 2005 12,- Mynd: Kristian M. Petersen Síða 9 Sigurd fekk medalju fyri sigling í krígstíð í Íslandi Sigurd Joensen sum umboðar FF við Johannu, fekk
Læs mereALMANNAMÁLARÁÐIÐ. Løgtingsmál nr. 155/2009: Uppskot til løgtingslóg um útleigan av bústøðum (leigulógin) Uppskot. til
Løgtingið 5. mars 2010 Mál: 09/00627-44 Tygara skriv: Viðgjørt: Løgtingsmál nr. 155/2009: Uppskot til løgtingslóg um útleigan av bústøðum (leigulógin) Uppskot til løgtingslóg um útleigan av bústøðum (leigulógin)
Læs mere