Tíðindi úr Føroyum tann Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.
|
|
- Sofia Henningsen
- 5 år siden
- Visninger:
Transkript
1 Tíðindi úr Føroyum tann Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni. Púrasta tikin á bóli av óveðrinum í kvøld (00:59) Fyri triðju ferð í eina viku, hevur skaðaveður herjað um stóran part av landinum. Men ímeðan báðar jólaódnirnar vórðu fráboðaðar frammanundan, so at fólk høvdu stundir at fyrireika seg, kom ódnin í kom óveðrið í kvøld fullkomiliga óvart á fólk, tí tað varð ikki fráboðað. Hann hevði boðað frá nógvum vindi upp í 23 metrar um sekundið, men nógva staðni hevur tað verið meiri enn tvær ferðir so strangt. Onkrastaðni hevur tað verið heilt upp í 62,7 metrar um sekundið og miðalvindurin heur verið 43,4 metrar um sekundið. Bjargingarfólk kring landið, vit hava tosað við, ásanna, at tey eru heilt tikin á bóli av storminum í kvøld, og tað sama siga tey á Strandferðsluni. Tey høvdu væntað nógvan vind, men ikki nakað, sum upp á nakran máta líkist tí, ið hevur verið. Á jólum ávaraði Strandferðslan í góðari tí um, at væntast kundu seinkingar og avlýsingar, tí veðurtíðindini vóru so vánalig. Men tað varð ikki gjørt í kvøld fyrrenn øll stóðu mitt í rokanum, tí veðrið varð nógvar ferðir verri, enn sagt varð. Nú er avhæsað aftur, tó at tað framvegis er nógvur vindur, yvir 30 metrar um sekundið nógvastaðni, og onkustaðni upp í 40. In.fo Fyrrverandi Maersk Supply Service-yvirmenn søkja arbeiði á Isle of Man Fyrrverandi yvirmen, ið hava mist arbeiðið sum avleiðing av umfatandi niðurskurðum í Maersk Supply Service, fáa nú møguleika at søkja starv í dótturfelagnum hjá Maersk Supply Service á Isle of Man. Men korini eru ikki longur tey somu. Tollaksmessudag varð ein teldupostur sendur út til øll tey raktu - skip og skipsførarar - við tilboði um at søkja starv undir Isle of Man flaggi í Maersk Offshore (Guernsey) Ltd.
2 DMMA arbeiðir í tøttum samstarvi við Maersk Supply Service um at finna nýtt arbeiði til uppsøgdu Maersk Supply Service yvirmenninar. Deildin mølir áhugaðum yvirmonnum til at søkja nýggju størvini skjótast møguligt. Fyri teir yvirmenninar, ið fáa starv hjá Maersk Offshore (Guernsey) Ltd, verður tað eitt farvæl til DIS, og vælkomin til ein nýggjan sáttmála við Nautilus International. Sáttmálin ber m.a. í sær, at lønin verður útgoldin sum bruttoløn í bretskum pundum, og teir, ið verða settir, skulu sjálvir syrgja fyri inngjaldi av skat, sosialari trygging, feriupengum v.m. Arbeiðstilboðini broyta ikki fráfaringar avtalur/tilboð, sum starvsfólk hjá MSS longu hava fingið. Arbeiðstilboðini eru eitt ískoyti. Kelda: DMMA/maritimedanmark.dk Antares.fo Viking Supply Ships flaggar út skip úr Danmark til Noregs Fýra skip hjá Viking Supply Ships verða flaggað um frá donskum til norskt flagg, skrivar CO- Søfart í eini fráboðan. Talan er um skipini Loke Viking, Njord Viking, Magne Viking og Brage Viking, sum flyta úr DIS til NOR í fyrsta ársfjórðingi 2017, og hetta verður gjørt fyri at savna ein størri part av flotanum hjá frálandsreiðarínum undir norskum flaggi. Í CO-Søfart harmast tey um umflaggingina, men rósa reiðarínum fyri ikki at siga manningunum upp, men flytir tær við yvir. "Vit í Dansk Metals Maritime Afdeling hava í eina tíð samskift við reiðaríið um tilgongdina. Og Viking Supply Ships skal hava rós fyri eisini í hesi støðuni at vera eitt ábyrgdarfult reiðarí, sum hugsar um starvsfólkið og ikki bara koyrir fólk til hús fyri at spara lønir," sigur Ole Philipsen, formaður í DMMA, í fráboðanini. Ítøkiliga merkir umflaggingin fyri starvsfólkini, at allir DIS-sáttmálar fara úr gildi, og at starvsfólkini ístaðin verða flutt til sáttmálar undir NOR. Á skattaøkinum merkir hetta fyri donsk sjófólk, at tey verða flutt til "sigling undir fremmandum flaggi." Kelda: shippingwatch.dk Antares.fo Ganga grýlu longu í januar :20
3 Ásannast má at 2016 sum heild hevur roynst stak væl fyri fiski- og alivinnnuna, hóast óvissa kastar skuggar yvir framtíðar útlit, og vinnan stúrir fyri at ein hóttandi grýla skjótt fer at trína fram: uppboðssøla av øllum fiskirættindum. Ongantíð í søguni hava føroyingar sum nú havt viðgongd í útflutningi av fiskavørum, og 2016 stendur til at sláa øll met frá farnum árum. Tøl frá Hagstovu Føroya vísa at hesin útflutningur teir fyrstu 10 mánaðirnar í ár fór langt upp um tær 5,384 milliardir krónur í virði sum avskipað varð fyri tíðarskeiðið januar-oktober Talan er tilsamans um eina øking upp á 993 milliónir kr. fyri hetta 10-mánaða tíðarskeiðið í ár samanborið við í fjør. Av teimum 6,181 mia. kr. sum útflutt er fyri í januar-oktober 2016, stendur alifiskur næstan fyri helvtini, meðan uppsjóvarfiskur umboðar millum ein fjórðing og ein fimting, og botnfiskur íroknað flundrufisk millum ein fimting og ein sættapart; restin er annað, herundir skeljafiskur. Sjálvandi verður latið væl at innan tær vinnur ið hava staðið seg so væl. Lønirnar hava eisini verið góðar og greitt er at nógv avleitt virksemi er, og tað samlaða búskaparliga avkastið av øllum hesum er trivaligt. Hinvegin er óvissan í mun til tað vinnupolitiska umhvørvið samstundis vaksin til eina marru sum ikki kann annað enn spenna bein fyri langtíðar planlegging og forða fyri endurnýgging av fiskiflotanum. Ein sólskinssøga her er tó keypið hjá Framherja av nótaskipinum Torbas úr Noregi, sum kemur inn í flotan fyri Høgaberg. Talan er um nýggjasta skip í uppsjóvarflotanum, bygt fyri umleið tveimum árum síðani, optimerað til at fáa hægstu dygd, og hægsta prís, burtur úr makreli, nakað ið krevur atgongd til marknaðir sum Japan, har norðmenn leingi hava staðið sterkir. Les meira: Nordlysid.fo Bjørn spyr Poul um treytir til útlendsk flogfeløg :59 Bjørn Kalsø, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, setir Poul Michelsen, landsstýrismanni í vinnumálum, skrivligan fyrispurning 52a, um útlendsk flogfeløg, sum fara at flúgva til og úr Føroyum Nú skal Poul Michelsen, landsstýrismaður greiða løgtinginum frá, hvørjar treytirnar eru, sum landsstýrið hevur sett útlendsku flogfeløgunum, sum í nýggja árinum eftir ætlan fara at flúgva til og úr Føroyum. Landsstýrismaðurin skal eisini greiða frá, hvørjar vónir hann hevur um, at treytirnar fara at verða hildnar, og hvørjar avleiðingarnar verða um treytirnar ikki verða fylgdar.
4 Í viðmerkingunum til fyrispurningin sigur Bjørn Kalsø, løgtingsmaður m.a., at tað fyri kortum frættist, at útlendsk flogfeløg hava søkt um loyvi at flúgva til og úr Føroyum. Seinni hevur landsstýrismaðurin á økinum boðað frá, at landsstýrið hevur givið hesi loyvi undir ávísum treytum, sum skulu tryggja javna kapping millum føroyska flogfelagið og útlendsku feløgini. Spurningurin er settur fyri at fáa greiðu á, hvørjar treytirnar eru, ið landsstýrið hevur sett, hvørt treytirnar eru bindandi - umframt at fáa greiðu á, hvørjar vónirnar hjá landsstýrismanninum eru fyri at treytirnar fara at verða hildnar, nú SAS hevur sagt upp avtaluna um Eurobonusskipanina, við Atlantic Airways. Spurningarnir til landsstýrismannin eru soljóðandi: 1. Hvørjar treytir hevur landsstýrið sett útlendskum flogfeløgum viðvíkjandi bonusskipanum o.ø. til tess at fáa loyvi at flúgva í rutuflúgving til og úr Føroyum? 2. Roknar landsstýrismaðurin við, at útlendsku flogfeløgini fara at halda treytirnar landsstýrið hevur sett? 3. Hvørjar verða avleiðingarnar, um ásettu treytirnar ikki fara at verða hildnar? 4. Hvørjar heimildir hevur landsstýrið at seta treytir við, tá loyvi verða givin útlendskum flogfeløgum at flúgva umvegis flogvøllin í Vágum? Sambandsflokkurin Nordlysid.fo Nú hevur løgreglan sett eina striku í sandin (13:11) Seinastu tíðina hevur løgreglan gjørt nógv burtur úr at vera til staðar í miðbýnum í Havn um næturnar um vikuskiftini. Endamálið við tí er at fyribyrgja harðskapi. Royndirnar av tí hava eisini verið góðar. Men medaljan hevur eisini havt sínar vansar, tí løgreglufólk hava áður sagt okkum, at tað hevur mestsum eitt rák tikið seg upp, har drukkin fólk eru ólátað ímóti løgreglufólkum, sum eru á gøtunum um næturnar. Í hesum sambandi kemur tað oftari og oftari fyri, at fólk rópa ókvæmisorð eftir løgregluni, rætta teimum longutong, vísa teimum berar afturpartin, pissa upp eftir løgreglubilum, ella stilla seg fyri, so at politibilurin ikki fær koyrt, ella annars blanda seg upp í arbeiðið hjá løgregluni upp á aðrar mátar.
5 Tað er ikki ókent hjá okkum, at tá ið vit tosa við eitt fólk á gøtuni, ella taka onkran, blanda vinfólk seg upp í, so at vit fáa ikki útint okkara arbeiði í friði, segði Absalon Áargarð, formaður í politistafelagnum, tá ið vit tosaðu við hann um hesi viðurskifti beint fyri jól. Og hann sigur, at nú eru tey samd um at seta eina striku í sandin og at lata tað fáa avleiðingar fyri tey, sum ikki geva løgreglufólkum náðir at útinna sítt arbeiði á gøtuni. Tað er ávísur atburður, vit ikki vilja góðtaka í okkara arbeiði, tí tað ger tað tórført hjá okkum at arbeiða, sigur hann. Tískil eru tey nú miðvíst farin at geva teimum bót, sum ikki geva løgreglufólkum náðir til at útinna sítt arbeiði. Ein greiður boðskapur frá løgregluni, er, at tá ið fólk fáa eini boð frá løgregluni um at halda seg burtur, tá ið løgreglan tosar við fólki, ella tekur, skulu tey akta boðini, og halda seg burtur, annars fáa tey bót, ella verða tey tikin sjálvi. Vanliga er bótin 600 krónur fyri gøtuófrið, og annað, men bótin kann annars vera bæði lægri og hægri, alt eftir, hvat lógarbrot, talan er um. Men bótin kann eisini hækka, gera somu fólk seg fleiri ferðir sek í lógarbrotum av hesum slagi. Tað er eisini avtalað við ákærumyndugleikan og Føroya Rætt, at freistin at rinda bótina, er rærttiliga stutt. Verður bótin ikki goldin beinanvegin, verða fólk drigin fyri Føroya Rætt, tí endamálið er at revsingin skal fella, ímeðan lógarbrotið enn er feskt í minninum á teimum, sum hava framt tey. Samanumtikið er talan um smámál, men tað darvar kortini løgregluni og tí halda vit, at nú noyðast vit at seta eina striku í sandin fyri at tálma slíkum atburði, sigur Absalon Áargarð. In.fo Níggju nýggir borgarstjórar (17:45) Eftir kommunuvalið 8. novembur eru tað níggju kommunur, sum fáa nýggjan borgarstjóra 1. januar. Í Fámjin eitur nýggi borgarstjórin Jóanis Lisberg. Hann tekur við eftir Eyðdis Ellendersen, sum ikki bleiv afturvald. Hon fekk líka nógvar atkvøður, sum seinast valdi bygdaráðslimurin, men tapti lutakastið. Í Hovi tekur Jónsvein Hovgaard við eftir Delmar Tausen. Fyri fýra árum síðani fekk Delmar Tausen eina atkvøðu meiri enn Jónsvein Højgaard, men í ár fekk Jónsvein Højgaard tó
6 tríggjar meiri enn borgarstjórin. Báðir hava tó mist nakrar atkvøður síðani seinasta val, Delmar Tausen fór úr 25 niður í 14 og Jónsvein Højgaard úr 24 niður í 17. Í Hvalba fer Trúgvi Gudmundarson frá og nývaldi Jógvan Thomsen, sum hevði eitt metval, er nýggjur borgarstjóri. Trúgvi Gudmundarson verður sitandi í bygdaráðnum. Brynhild Sørensen tekur við í Húsavíkar kommunu eftir Jákup Martin Sørensen. Hann stillaði upp aftur, men bleiv ikki afturvaldur. Í Kvívík eitur nýggi borgarstjórin Heri Müller. Dánjal Petur Müller, sum var borgarstjóri, stillaði ikki uppaftur. Í Hvannasundi avloysir ein kvinna eina kvinnu. Tað er Irdi Jacobsen, sum er nýggjur borgarstjóri. Katrin Næs var borgarstjóri, men stillaði ikki upp aftur. Støðan er tann sama í Vága kommunu, har Eyðdis Niclasen tekur við eftir Rósu Samuelsen. Rósa Samuelsen gjørdist toppskorari á valinum í ár, men listin hjá Eyðdis vann valið og tí endaði hon sum borgarstjóri. Í Sørvági tekur Aimé Jacobsen yvir eftir Suna Jacobsen. Eins og Rósa Samuelsen gjørdist Sune Jacobsen toppskorari á kommunuvalinum, men eisini har vann hin listin og tí gjørdist borgarstjórin ein annar. Og so var tað Havnin. Í annaðkvøld verður Annika Olsen vald til býráðsformann, meðan Heðin Mortensen má taka til takkar við einum leikluti sum vanligur býráðslimur. Her gjørdist Heðin Mortensen bæði toppskorari og Javnaðarflokkurin størsti flokkur, so formliga er hann fyrst valdur býráðslimur. Hann helt seg eisini hava gjørt eina avtalu við sitandi býráðssamgongu um at halda fram valnáttina, men dagin eftir leyp Fólkaflokkurin frá avtaluni og stovnaði samgongu við Tjóðveldinum og Framsókn. Fyrivarni skal takast fyri, at bygdaráðið í Fugloy ikki hevur skipað seg enn. Har gjørdist sitandi borgarstjóri Ammalia í Frammistovu, toppskorari, so væntandi verður hon borgarstjóri eisini komandi fýra árini. In.fo Ymiskt viðlíkahald skal gerast (21:24) Tað er serliga um summarið og um jóltíðir, at reiðarí velja at taka hond um skipini, sum annars eru í gongd alt árið. Um dagarnar varð trolarin, Sjúrðarberg hjá JFK Troli í Klaksvík, eisini tikin upp á bedingini hjá Mest í Havn.
7 Jógvan Hansen hjá JFK Troli sigur, at tað er vanligt viðlíkahald, sum skal gerast við skipið, áðrenn loyst verður aftur. Sjúrðarberg fiskar í Barentshavinum, men hevur ikki flakaverksmiðju. Umborð verður fiskurin kruvdur, avhøvdaður og frystur og seldur til víðari framleiðslu í fiskiídnaðinum á landi. Jógvan Hansen sigur, at einir mans eru knýttir at virkseminum hjá Sjúrðarbergi, og hann veit eisini at siga, at ætlanin er at loysa fyrst í komandi ári. Tá verður farið upp í Barentshavið. - Um byrjað verður í norskum ella russiskum sjógvi, vita vit ikki í løtuni, sigur hann. In.fo - Tað hevur ikki verið veður at loysa (23:59) Ísfiskaskipini, Polarhav og Stjørnan, sum JFK Trol eigur, stóðu herfyri á bedingini hjá skipasmiðjuni Mest í Havn, har ymiskt viðlíkahald er gjørt. Tað eru nøkur ár síðan, at JFK Trol keypti skipini úr Leirvík. Tað vóru Osmund Justinussen og synir, sum áttu skipini, og meðan tey vóru heimahoyrandi í Leirvík, var skrokkurin reyður. Fyri eini tíð síðan skiftu Polarhav og Stjørnan lit. - Vit valdu at mála skipini í einari høll í Noregi. Skipsskrokkarnir vórðu nú málaðir svartir og yvirbygningurin hvítur. Hetta er líka sum liturin, ið JFK Trol hevur á flestu av sínum skipum, sigur Jógvan Hansen hjá JFK Troli. Polarhav og Stjørnan verða væntandi liðug á skipasmiðjuni Mest nú í endanum av vikuni, og ætlanin er at loysa so skjótt, sum veðrið verður betur. - Vanliga plaga skipini at loysa beint eftir jólahøgtíðina, men seinastu tíðina hevur veðrið verið so ólagaligt, at skipini høvdu ikki havt loyst kortini, um tey annars lógu klár at fara, sigur Jógvan Hansen. In.fo Heita á íslendsku stjórnina um at hjálpa Føroyum :49 Íslendingar heita nú á íslendsku stjórnina um at veita Føroyum fíggjarligan stuðul, eftir at ódnin Urd gjørdi um seg um jóltíðir.
8 - Nú er tíðin komin, at vit íslendigar sýna Føroyum somu vælvild, ið teir hava sýnt okkum, stendur at lesa í uppslagnum á Facebook síðuni Færeyingar og Íslendingar eru frændur. Í uppslagnum verður verður víst á, at Føroyar hava fleiri ferðir áður veitt hjálp til Íslands, tá vanlukkur hava verið har, millum annað tá íslendski búskapurin rapaði í 2008, og tí er stundin komin, at íslendska stjórnin skal hjálpa, nú jólaillveðrið elvdi til 350 skaðar kring landið. Mbl.is skrivar, at tað eru tær báðar Addy Steinarrs og Rachel Sigurgeirdóttir, ið standa handan áheitanina, ið er send forsetanum og íslendsku tinglimunum. Portal.fo Nógvir vindskaðar fráboðaðir í kvøld :40 Hvirlurnar eru øgiligar kring landið í kvøld, og skaðarnir eru eisini fleiri í tali. Sambært vakthavandi á løgreglustøðini í Havn vóru 15 fráboðanir um skaðar bert síðan klokkan 19, tá hann kom til arbeiðis. Formaðurin í Tvøroyrar Sløkkiliði visti eisini at siga, at bara á Tvøroyri vóru minst 10 størri og smáir skaðar, og at teir høvdu havt úr at gera seinnapartin og í kvøld. Oddur Dimon, sløkkiliðsleiðari á Tvøroyri greiður frá, at tað hava verið nakrar óhugnaliga hvassar hvirlur í miðbýnum á Tvøroyri í dag, og nakrar teirra gjørdu eisini stóran skaða. Millum annað varð eitt heilt bunti av brettum hjá Richard B. Thomsen Timburhandli lyft uppfrá og fór fúkandi niðan millum bygningarnar longur uppi. Men tíbetur hendi ongin skaði av hesum, annað enn at nøkur av brettunum fóru í smildur. Oddur greiðir eisini frá, at takið á goymsluni hjá T.F. Thomsen eisini varð lyft omanav, og eisini her var tað ótrúligt, at ongin størri skaði stóðst av hendingini, tí onkur takpláta feyk líka niðan móti Hotel Tvøroyri, uttan at raka nakran á veg niðan. - Tað hevur verið heilt øgiligar hvirlar her í dag, og onkur sigur at hetta er so nógvar ferðir verri enn í jólaódnini, sigur Oddur Dimon, sløkkiliðsleiðari. Oddur fortelur eisini, at tað heva verið hópin av øðrum smáskaðum kring býin, men tað er í høvuðsheitum kring miðbýin, at harðast hevur leikað á. Sambært vakthavandi á løgreglustøðini í Havn er tað sera ábart í Kollafirði í kvøld, tí har er tað ringasta ætt í løtuni. Portal.fo
9 Kaldbaksvegurin er nú opin fyri ferðslu aftur :20 Nú er Kaldbaksvegurin opnaður fyri ferðslu aftur, upplýsir løgreglan á vanga sínum á Facebook. Vegurin varð stongdur umleið klokkan 21:30 í kvøld, av vanda fyri at bingjan sum var koppað av vindinum uppi á Sandvíkarhjalla, fór at fara boltandi oman á landsvegin. Og rætt var borið at, tí tað var júst tað sum hendi. Bert ein tíma seinni var helvtin av bingjuni tikin oman á landsvegin við vindinum, og so mátti berast skjótt at, við at fáa ruddað vegin, umframt at tryggja hina helvtina, sum enn stóð uppi á Sandvíkarhjalla. Nú er hetta arbeiðið liðugt, og vegurin er aftur opin fyri ferðslu. Portal.fo Landsstýrismaðurin má slaka :44 Felagið Línuskip vil hava landsstýrismannin í fiskivinnumálum at sleppa kravinum um at allur fiskur av Flemish Kap skal bjóðast til sølu í Føroyum - Tað gevur ikki meining at krevja allan fiskin av Flemish Kap seldan á uppboðssølu í Føroyum. Tað sigur Felagið Línuskip, sum tí heitir á landsstýrismannin í fiskivinnumálum um at linka kravið um, at allur fiskurin skal til Føroya fyrst. - Slepp kravinum, og lat línuskipini og føroysku virkini sjálvi finna útav, hvat loysir seg at virka í Føroyum, og hvat loysir seg best at selja aðrar vegir, sigur Hálvdan Gudmundson, formaður í Felagnum Línuskip: Í ár høvdu línuskipini loyvi at fiska tons og trolararnir 778 tons av toski á Flemish Kap. Nú línuskipini fáa alla kvotuna á Flemish Kap fyri 2017, fáa skipini stívliga 800 tons afturat. Ågot er longu áveg yvir á Flemish Kap. Hini línuskipini loysa væntandi 1. ella 2. januar. Kvf.fo
10 Dato: Modvaluta: DKK. Valutanavn WMR Australske dollar 512,74 Bulgarske leva 380,05 Brasilianske real 218,41 Canadiske dollar 525,50 Schweizerfranc 693,80 Kinesiske renminbi.yuan 102,30 Tjekkiske koruna 27,510 Euro 743,38 Britiske pund 871,02 Hong Kong dollar 91,73 Kuna 98,34 Ungarske forint 2,3940 Israelske new shekel 184,98 Indiske rupees 10,440 Japanske yen 6,0910 Mexicanske peso 34,390 Norske kroner 81,88 Newzealandske dollar 494,41 Polske zloty 168,40 Russiske rubel 11,760 Svenske kroner 77,79 Singapore dollar 490,69
11 Thailandske baht 19,780 Tyrkiske lira 201,39 US dollar 711,46 Sydafrikanske rand 52,020 Danskebank.dk Tá ein mamma biður Um henda drong bað eg, og Harrin veitti mær tað, sum eg bað um. 1. Sám. 1,27. Øll yvirgangsfólk hava einaferð verið børn. Tað hava allir trúboðarar eisini. Munurin liggur í ávirkanini hjá øðrum av foreldrunum. Sámuel profetur stóð á odda fyri Ísrael í 40 ár, og hann gav Dávidi kongi ráð í teimum mest týðandi avgerðunum; men hvør hevði størstu ávirkanina á lív hansara? Mamma hansara! Hoyr: Nú vil eg geva Harranum hann aftur, so hann kann tæna Harranum restina av ævi síni. 1. Sám. 1,28. So leingi, sum tú hevur børn tíni, skalt tú halda um tey, elska tey, ansa eftir teimum og læra og menna tey. Men minst til, tú ert ein tænari og eingin ognarmaður. Børn tíni hoyra Gudi til, ikki tær! Einaferð eru tey so vaksin, at tey fara frá tær. Síggj til, at tey hava eitt andaligt akker, tí tey fara at renna seg í mangar stormar í lívinum. Tú skalt ongantíð undirmeta ta styrkina, sum liggur í eini bøn, sum ein pápi ella mamma biðja vegna barn sítt. Hvør veit, hvussu mangar bønir beint nú verða svaraðar, tí at ein trúføst mamma áhaldandi hevur biðið í 10 ella 20 ár? Um tú í hesum rokmikla samfelagi ikki hevur stundir at biðja fyri børnum tínum, so hevur tú ov mikið at gera. Tað er einki, sum er meira serstakt og dýrabart enn tann tíðin, ein pápi ella mamma brúka at fara í bøn til Guds fyri børnum sínum. Tað er ikki ov seint fyri tað barnið, sum tú grætur um. Hugsa um Jesu móður, sum mátti síggja son sín krossfestan, men sum eisini fekk gleðina at síggja hann upprisnan frá deyðum. Tú kanst alt lívið á tamb grunda yvir, um bønir tínar nakrantíð verða svaraðar, men halt á at biðja. Tí Gud lurtar, tá ið ein mamma biður! et Ord til Dagen Effie Campbell umsetti Jesus4all.dk Andlát Sjúrður Dahl, ættaður av Oyri, búsitandi í Streymnesi, andaðist á Landssjúkrahúsinum 27. desembur, 69 ára gamal. Kvf.fo
Sagsøgeren har påstået sagsøgte dømt til at betale 42.400 kr. med procesrente fra den 26. juni 2003, subsidiært procesrente fra den 22. april 2008.
DOM Afsagt af retten på Færøeme den 22. december 2009 IBS-sagnr. 619/2008 Skatteyderi mod TAKS Samandráttur: Málið snýr seg partvís um saksøkjarin, skattagjaldari, skal rinda mvg av skrásetingaravgjaldinum
Læs mereFærøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar
Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar OLE WICH 2013 Javnaðarflokkurin á Fólkatingi Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir
Læs mere- Webundersøgelse, Fólkaskúlaráðið, oktober 2013. Fólkaskúlaráðið. Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på
Fólkaskúlaráðið Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på og erfaringer med ressourcentre på skolerne 2013 Udarbejdet af Scharling Research for bestyrelsen i Fólkaskúlaráðið, oktober 2013 Scharling.dk
Læs mereBekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland
Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland I medfør af 41, stk. 6, 53, stk. 8, og 95 i lov om arbejdsløshedsforsikring m.v., jf. lovbekendtgørelse
Læs mereDANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál. Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess
DANSK 1-2-3 Danskt sum 1., 2. og 3. mál Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess Hvat halda næmingar um danskt og undirvísing í donskum / Hvad synes eleverne om dansk og danskundervisningen? Spørgeskemaundersøgelse
Læs mereBørn og doyving Kunning til foreldur
Børn og doyving Kunning til foreldur Børn og doyving Barnið skal fasta við skurðviðgerð.. 3 Kravið viðikjandi at fasta er Áðrenn skurðviðgerð 4 Hvør er leikluturin hjá foreldrunum? Doyving Ymiskir hættir
Læs mereforbindelse med både ansættelse, ændring i ansættelsesforhold og ved afslutning af ansættelsen.
Retningslinie Uppgávu- og ábyrgdarbýtið ímillum og eindir/leiðarar á LS, tá ið byrjar í starvi, broytir starv innanhýsis ella fer úr starvi / Opgave og ansvarsfordeling mellem medarbejdere og afdelinger
Læs mereInklusión, Relatiónir og Felagsskapurin. Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014
Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014 Integration og eksklusión versus inklusión Integratión merkir at vera so normalur, sum gjørligt,
Læs mereTryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging
Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging Galdandi frá 1. januar 2016 1. Tryggingaravtalan Stk. 1. Tryggingaravtalan fevnir um bólkalívsavtaluna og niðanfyristandandi tryggingartreytir. Stk. 2. Frávik til
Læs mereSigurd fekk medalju fyri sigling í krígstíð í Íslandi
Síða 4 Ættarliðsskifti í Realinum Nr. 344 Hósdagur 9. juni 2005 12,- Mynd: Kristian M. Petersen Síða 9 Sigurd fekk medalju fyri sigling í krígstíð í Íslandi Sigurd Joensen sum umboðar FF við Johannu, fekk
Læs mereKlagan til TV2. Hvat kann gerast. Upplivdi illveðrið í 1932, ið beindi fyri formanni í FF. Livravirkið á Eiði. Frásøgn hjá Andrew Godtfred:
Nr. 323 Hósdagur 5. august 2004 12,- Síða 13 Livravirkið á Eiði Nýggj roynd at gagnnýta livrina og aðrar úrdráttir. Vit hava verið á Eiði og hitt virkisleiðaran Onnu Katrin Matras. Síða 9 Frásøgn hjá Andrew
Læs mereViðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding av elinnleggjarum
Johan Dahl, landsstýrismaður Vinnumálaráðið Tinganes FO-100 Tórshavn Landsstýrismálanevndin 01.06.2011 j. nr. 7.13-20110005 14 bl/td (at tilskila í svari) Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding
Læs mereTíðindi úr Føroyum tann 27. Septembur Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.
Tíðindi úr Føroyum tann 27. Septembur 2015 Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni. Gongst striltið hjá ES og USA at semjast um eina handilsavtalu Nógv stendur upp á spæl
Læs mereKirkjuligt Missiónsblað
Nr. 6 sep. 2011 64. árið Kirkjuligt Missiónsblað BØNARLÍV Í Jóh. 2,1-11 læra vit nógv av Mariu um bøn. Maria fer beina leið til Jesus við síni bøn. Hon sigur Jesusi frá, hvat vertsfamiljuni tørvar. Bøn
Læs mereÚt á Fagranes, har 7 fiskimenn mistu lívið í 1927
Nr. 300 Hósdagur 28. august 2003 10,- Síða 10 Umboð fyri Tony Blair á fund við FF Tony Blair hevur sovæl Irak sum føroysku fiskidagaskipanina í huganum. Seinasti partur av Onnu Evensen Út á Fagranes, har
Læs mereMarius smíðar bát í Íslandi. ALS 10 ár. Stór frásøgn frá hátíðarhaldinum. Bjarni Djurholm má steðgast og fiskimonnum má vera tryggjað rættindi.
Síða 13 Nr. 282 Hósdagur 5. desember 2002 10,- Marius smíðar bát í Íslandi Sigurd Simonsen, seinasti partur. Síða 25 Fiskivunnuráðið: Noktað er fiskimanni sjúkraviðbót hóast lógarheimild Rættarstøðan hjá
Læs merehttp://www.vagaportal.fo/pages/posts/oli-jacobsen-skrivar-v...
Page 1 of 9 Mikudagur 26 August 2009 Set til startsíðu Lýsingar Um Vágaportalin Forsíða Vágatíðindi Onnur tíðindi Mentan Bøkur Tónleikur Framsýningar Ólavur í Beiti tann 06/06/2009 kl. 18:34 Tiltøk Krutl
Læs mereAftaná eitt misálit Tað hjálpir einki bert at seta nýggjan landsstýrismann. Tað, sum ræður um, er ein fullkomilig umskipan av fiskimálaráðnum.
Nr. 285 Hósdagur 23. januar 2003 10,- Grønlandstíðindi frá Kára við Stein Síða 23 Síða 21 Aftaná eitt misálit Tað hjálpir einki bert at seta nýggjan landsstýrismann. Tað, sum ræður um, er ein fullkomilig
Læs mereSøgan um "Vesturhavið Blíða"
Síða 28 Nr. 284 Hósdagur 9. januar 2003 10,- Føroysk kirkjufólk á Filippinunum Grønlandstíðindi frá Kára við Stein Síða 23 Gamlar Havnarmyndir Carolina Heinesen greiðir m.a. frá, tá gamli Rubek, f. 1816,
Læs mereGamlar myndir úr Norðuroyggjum
Nr. 289 Hósdagur 20. mars 2003 10,- Síða 20 Símun Johan Wolles 70 ár Løgtingsmál viðvíkjandi fiskivinnu og -monnum Vit greiða frá teimum framløgdu tingmálunum, sum viðvíkja fiskimonnum. Síða 6-9 FF hevur
Læs mereKirkjuligt Missiónsblað
Nr. 3 mai. 2010 63. árið Kirkjuligt Missiónsblað KALLIÐ Legg tú á Harran tínar leiðir, og lít tú á hann, hann man tað útinna. Sálm. 37,5. Kallið, til at arbeiða í Guds ríki, er Guds gáva til hvørt einstakt
Læs mereVegleiðing at dagføra GPS-kort. Tillukku við tínum keypi av GPS-korti. Kortið fevnir um Føroyar.
Vegleiðing at dagføra GPS-kort Sp/f Munin Dalavegur 47 FO-100 Tórshavn Føroyar www.munin.fo E-mail : munin@munin.fo Tlf. +298 35 36 00 Fax +298 35 36 01 Tórshavn tann 25-11-2013 Tillukku við tínum keypi
Læs mereMikudagin TANN 15. apríl verður ráðstevna á Hotel Føroyum um multiresistentar bakteriur og antibiotikaresistens
Mikudagin TANN 15. apríl verður ráðstevna á Hotel Føroyum um multiresistentar bakteriur og antibiotikaresistens Átøkini, ið verða framd til tess at fyribyrgja spjaðing av MRSA (Methicillin resistente Staphylococcus
Læs mereKirkjuligt Missiónsblað
Nr. 3 mai. 2012 65. árið Kirkjuligt Missiónsblað BÍBLIAN - KELDA TIL LJÓS OG FATAN Tá ið Sun Yat-sen, sum var ein politiskur oddamaður í Kina í 1912, einaferð varð spurdur, nær stóra vekingin í Kina byrjaði,
Læs mereEin livandi Kristus til ein doyggjandi heim
Ein livandi Kristus til ein doyggjandi heim John Drane prestur segði frá lívssøgu síni í God Channel. Hann kom ikki úr einum kristnum heimi. John var nógv hjá abba sínum, sum heldur ikki var trúgvandi.
Læs mereMinni um teir, sum sigldu og teir, sum doyðu undir krígnum Ferðin hjá "Johannu" eitt rimmar tiltak.
Nr. 345 Hósdagur 23. juni 2005 12,- Baksíðan Býráðslimurin av Trøllanesi Signhild kann greiða frá hvussu útoyggjapoltikkur kann skipast. Mynd: Kristian M. Petersen Minni um teir, sum sigldu og teir, sum
Læs mereKirkjuligt Missiónsblað
Nr. 7 nov. 2012 65. árið Kirkjuligt Missiónsblað VIT MUGU HAVA HEILAGA ANDAN. Uttan halgan skal eingin síggja Harran! (Heb.12,14) Tað er ein sannleiki, sum nógv kenna, men sum fá veruliga hugsa um. Hvussu
Læs mereTórshavn 3. apríl Viðmerkingar til byggilógina v/petur Olsen
1 Viðmerkingar til byggilógina v/petur Olsen Tórshavn 3. apríl 2011 Næstan allar viðmerkingarnar siga, at lógin er ógreið á fleiri økjum. Talan er um avmarkað økið innan bygging talan er um økta byggiumsiting
Læs mereFólkaheilsukanning Hvussu hevur tú tað 2015
Fólkaheilsukanning 2015 - Hvussu hevur tú tað 2015 Fólkaheilsuráðið juni 2016 Sálarheilsa Sálarheilsa Perceived Stress Scale Í hesi kanningini verður PSS (Perceived Stress Scale) nýtt fyri at meta um sálarheilsuna
Læs mereHeilsu- og innlendismálaráðið
Heilsu- og innlendismálaráðið Løgtingið Dagfesting: 5. mars 2018 Mál nr.: 17/00573-95 Málsviðgjørt: MHR Løgtingsmál nr. 109/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í anordning om ikrafttræden for Færøerne
Læs mereMen størstur av teimum er kærleikin
Nr. 19 17. september 2017 77. árg. Men størstur av teimum er kærleikin 1. Kor.13,13. Vitið góðtekur ikki altíð arbeiðsháttin hjá kærleikanum, og lívið hevði verið fátækt, um tað var soleiðis. Meðan vitið
Læs mereDANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál
DANSK 1-2-3 Danskt sum 1., 2. og 3. mál Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess Hvat halda føroyskir lærarar um danskt og undirvísing í donskum / Hvad synes færøske lærere om dansk og danskundervisningen?
Læs mereHeilsu- og innlendismálaráðið
Heilsu- og innlendismálaráðið Løgtingið Dagfesting: 5. januar 2018 Mál nr.: 17/00573-14 Málsviðgjørt: MHR Løgtingsmál nr. xx/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í Anordning om ikrafttræden for Færøerne
Læs mereStrongdkanning av limum hjá Starvsmannafelagnum. Gjørd av Fegin Ábyrgdari: Niclas Heri Jákupsson
Strongdkanning av limum hjá Starvsmannafelagnum Gjørd av Fegin Ábyrgdari: Niclas Heri Jákupsson Svarað: 711 Kyn Aldur Hjúnarbandsstøða Hvussu leingi hevur tú starvast á núverandi arbeiðsplássi? 45% 42%
Læs mereGivið út 30. mai 2017
Givið út 30. mai 2017 Nr. 78 29. mai 2017 Løgtingslóg um broyting í ymiskum lógum á málsøkinum persóns-, húsfólka- og arvarætti (Myndugleikaflyting vegna yvirtøku av málsøkinum) Samsvarandi samtykt Løgtingsins
Læs mereFrágreiðing frá Skipaeftirlitinum um arbeiðsvanlukku umborð á Túgvusteini hin
P/f Thor Bryggjan 5 420 Hósvík Miðvágur, hin 05. januar 2009 Mál: 20030532-33 Viðgjørt: JS Frágreiðing frá Skipaeftirlitinum um arbeiðsvanlukku umborð á Túgvusteini hin 19-09-2008 Frágreiðing um skipið
Læs mereLandsstýrismálanevndin hevur viðgjørt málið á fundum 30. oktober 2012, 22. januar, 21. mars og 11. apríl 2013.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, Fíggjarmálaráðið Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður, Maritugøta 79, Hoyvík Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna, Jørundsgøta 40, Klaksvík Kristina Háfoss, løgtingskvinna,
Læs mereFíggjarmálaráðið. Løgtingið Dagfesting: 7. februar 2018 Mál nr.: 17/ Málsviðgjørt: JEK
Fíggjarmálaráðið Løgtingið Dagfesting: 7. februar 2018 Mál nr.: 17/00489-2 Málsviðgjørt: JEK Løgtingsmál nr. 84/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tollsatsir (Toll- og vøruskráin)
Læs mereV I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
Løgtingið. Tórshavn, tann 15. apríl 2014 Vmr J.Nr.: 14/00191 / Viðgjørt: RJ Løgtingsmál nr. 149/2013: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lov om ændring af lov for Færøerne om
Læs mereEnok maðurin, sum gekk við Gudi
Enok maðurin, sum gekk við Gudi Les ið: 1. Mós. 5,21-23; Hebr. 11,5-6 og Judas v. 1-1 UMSKIFTIÐ. Bíbliulesarar kenna helst Enok sum mannin, sum gekk saman við Gudi. Eitt umskifti kom í lívi Enoks, tá ið
Læs mereKonference om affald på havet
Konference om affald på havet Miljøtilsyn lavet af Skipaeftirlitið Skipaeftirlitið (maritime( myndigheder) Tilsyn som er krævet efter bekendtgørelse nr. 122 fra den 25. november 2005 / 11 stk. 3 og aftale
Læs mereVirksomheder bærer risiko ved handel i fremmed valuta
Allan Sørensen, chefanalytiker als@di.dk, 2990 6323 APRIL 2018 Virksomheder bærer risiko ved handel i fremmed valuta Mange virksomheder bærer selv risikoen, hvis deres salg til udlandet sker i en valuta,
Læs mereLøgtingið. Tórshavn, tann 24. februar 2009 Vmr J.Nr.:
Løgtingið. Tórshavn, tann 24. februar 2009 Vmr J.Nr.: 200900059 Viðgjørt: ABD Løgtingsmál nr. 149/2008: Uppskot til løgtingslóg um at broyta ymsar vinnufelagalógir (fylgibroytingar til grannskoðaralógina)
Læs mereKr. 49,95 Í stóran mun eru tað tilflytarar, sum hava ment ferðavinnuna í Nólsoy. Ein avgjørdur høvuðspersónur er Tjóðhild Patursson
Kr. 49,95 1 12. útgáva Vetur 2017 4. árg. Tjóðhild loftar ferðavinnuni Í stóran mun eru tað tilflytarar, sum hava ment ferðavinnuna í Nólsoy. Ein avgjørdur høvuðspersónur er Tjóðhild Patursson Gáloysnar
Læs mereVeiðihagtøl fyri lunda Bergur Olsen og Jens-Kjeld Jensen
Veiðihagtøl fyri lunda Bergur Olsen og Jens-Kjeld Jensen 24.1.211 Her verður ein samandráttur skrivaður um tey fyrstu úrslitini. Seinni verður ein nágreinilig frágreiðing skrivað sum eitt smárit til Havstovuna,
Læs mereATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN H71 - NEISTIN. Sunnudagin 28. september kl. 16.00 Hoyvíkshøllin
KAPPINGARÁRIÐ 2014-15 HEIMA Í HOYVÍK ATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN H71 - NEISTIN Sunnudagin 28. september kl. 16.00 Hoyvíkshøllin Pensjón Betri at hava gott í væntu 1. januar 2014 kemur nýggja pensjónslógin
Læs mereUppskot. til. løgtingslóg um rættindi løntakaranna í sambandi við, at landsstýrið yvirtekur mál og málsøki frá ríkismyndugleikunum
FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ Argir, 26. apríl 2005 Løgtingið Løgtingsmál nr. 97/2004: Uppskot til løgtingslóg um rættindi løntakaranna í sambandi við, at landsstýrið yvirtekur mál og málsøki frá ríkismyndugleikunum
Læs mereHEVUR JESUS NAKRAN TÝDNING
HEVUR JESUS NAKRAN TÝDNING - nú talan um synd og frelsu er avoldað? Missiónsvika á Argjum 13. februar 2016 Alt hevur hann gjørt lagaligt til sína tíð, eisini ævina hevur hann lagt í hjørtu teirra, men
Læs mereÁlit. viðvíkjandi. víðkan av føroysku útbúgvingarstuðulsskipanini til allar lesandi føroyingar uttanlands
Álit viðvíkjandi víðkan av føroysku útbúgvingarstuðulsskipanini til allar lesandi føroyingar uttanlands 1. Inngangur Í løgmansrøðuni fyri hesa tingsetuna segði løgmaður m.a., at landsstýrið fyrireikar
Læs mereMest støðuga fiskavirkið er í Vági
Nr. 338 Hósdagur 17. mars 2005 12,- Síða 17 Einki hendir í rækjumálinum Tveir mánaðar eftir freistina hjá løgmanni er einki hent. Small is beautiful kunnu teir eisini siga í Vági. Vit hava vitjað JMA.
Læs mereTíðindi úr Føroyum tann 18. okt Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.
Tíðindi úr Føroyum tann 18. okt. 2015 Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni. Mærsk skal geva frágreiðing um upphøgging av skipum Danski umhvørvismálaráðharrin, Esben Lunde
Læs mereLívsins salt. Vit hava verið í Ibiza og hugt eftir saltframleiðslu. Neptun og Nólsoy
Nr. 327 Hósdagur 7. oktober 2004 12,- Síða 5 Frá fiskimanni til trúboðara Herfyri kom út bókin "Johan" við undirheitinum "Fra fisker til menneskefisker". Lívsins salt Vit hava verið í Ibiza og hugt eftir
Læs mereSkiparin sum virkaði sum tannlækni
Síða 6 Hanna 80 ár Hanna Lisberg er eisini partur av okkara fakfelagssøgu Nr. 374 Hósdagur 24. august 2006 15,- Sjómannadagurin Vit hava øðrvísi frásagnir frá sjómannadegnum Síða 4, 12, 20 & baksíðan 100
Læs mereTíðindi úr Føroyum tann Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.
Tíðindi úr Føroyum tann 21.12.16 Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni. Hey øll. Til tykkum sum eru burtur á jólum, so berð til at senda jólaheilsir til Kringvarp við
Læs mereLaksur frá veiðu í Alaska til sølu av føroyingi í USA
Nr. 303 Hósdagur 16. oktober 2003 10,- Síða 25 Dýpið skuldi loddast eftir fólkaatkvøðuna í 1946 Vit hava eitt higartil ókent ískoyti til søguna aftaná fólkaatkvøðuna. Framstig í Fugloy: Kundu rógva til
Læs mereICES viðurkennir. Bjargingarroynd í Vágsbotni. Fiskaren vitjar FF. Bernhard 5. partur. Løgtingsins umboðsmaður setir kærarar í gapistokk.
Síða 8 ICES viðurkennir Nr. 340 Hósdagur 14. apríl 2005 12,- óvissu í ráðgeving Tættari samband við Rusland Síða 17 Ferð til Murmansk Bjargingarroynd í Vágsbotni Baksíðan Umboðsmaðurin Løgtingsins umboðsmaður
Læs mereLøgmansskrivstovan. Løgtingið Dagfesting: 11. november 2016 Mál nr.: /16 Málsviðgjørt: GJ
Løgmansskrivstovan Løgtingið Dagfesting: 11. november 2016 Mál nr.: 0627-001/16 Málsviðgjørt: GJ Løgtingsmál nr. xx/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lov om forsikringsaftaler. (Bann móti nýtslu
Læs mereÁlit um stýrisskipanarviðurskifti Føroya
Álit um stýrisskipanarviðurskifti Føroya Álit um stýrisskipanarviðurskifti Føroya Álit frá nevndini, landsstýrið setti 1. apríl 1993, at kanna stýrisskipanarviðurskifti Føroya. Sjúrður Rasmussen, adv.
Læs mereTine Færch Jørgensen. Til Trafik- og Byggestyrelsen
Tine Færch Jørgensen Fra: Per Henriksen Sendt: 16. november 2015 13:22 Til: ts Info Cc: Tine Færch Jørgensen Emne: Bemærkninger til udkast til gebyrbekendtgørelser for den civile luftfart
Læs mereBlákrossheimið Ársfrágreiðing 2017
Blákrossheimið Ársfrágreiðing 2017 Innihald Um stovnin 2 Nevndin 2 Starvsfólk 2 Játtan 2 Rakstur 3 Samstarv 3 Bíðilisti 3 Ástøði í heildarviðgerðini 4 Hagtøl 5 Viðgerð býtt eftir slagi 5 Viðgerð - býtt
Læs mereDOM. Under denne sag, der er anlagt den 16. august 2010, har sagsøgerne, A, B, C, D, E, F, H, I, J og K, nedlagt påstand om:
DOM Afsagt den 14. juni 2011 i sag nr. BS 1270/2010: A, B, C, D, E, F, G, H, I, J og K mod TAKS Under denne sag, der er anlagt den 16. august 2010, har sagsøgerne, A, B, C, D, E, F, H, I, J og K, nedlagt
Læs mereKanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum
Kanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum LØGTINGIÐ 19 nevndin Kanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum 19 nevndin: Joen Magnus Rasmussen, formaður Kristina Háfoss, næstforkvinna Helgi Abrahamsen
Læs mereOrðið eigur í føroyskari felagsverklóg 1
Orðið eigur í føroyskari felagsverklóg 1 Snorri Fjallsbak 2 Tað er stórur munur á einari kanin og einari kanón. Tí er tað sera umráðandi, at vit gera okkum ómak, tá ið vit skriva orðini, og at vit stava
Læs mereKommunusamanlegging - hvat siga suðringar?
ISBN 99918-971-5-1 Kommunusamanlegging - hvat siga suðringar? Dennis Holm og Bjarni Mortensen ARBEIÐSRIT NR. 7/2004! "!# $ # $ # % & Innihaldsyvirlit Kommunusamanlegging hvat siga suðringar?... 3 Frá 8
Læs mereLØGMANSSKRIVSTOVAN LØGDEILDIN
Løgtingið Tórshavn, tann 14-12-00 J.Nr.: 627-0002/2000 (at tilskila í svari) Viðgjørt: RJ/nb/pm Tygara skriv Løgtingsmál nr. 42/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning
Læs mereMálsgongd Við skrivi, dagfest 12. desember 2008, sendi Mentamálaráðið soljóðandi uppsøgn til klagaran:
Tórshavn, tann 23. apríl 2013 J.Nr.:28/ 201200015 / 13 (at tilskila í svari) Tykkara J.nr. Álit viðvíkjandi klagu um skikkaða eftirløn hjá tænastumanni Við skrivi, dagfest 6. februar 2012, hevur A sent
Læs mereLøgtingsmál nr. xx/2008: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tænastumenn landsins. Uppskot. til
Tórshavn, tann 19.februar 2008 J.Nr.: 8201-73-0003/2007 (at tilskila í svari) Viðgjørt: sn Løgtingið Løgtingsmál nr. xx/2008: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tænastumenn landsins.
Læs mereSvenskur elitusvimjivenjari
Síða 26 Nr. 275 Hósdagur 15. august 2002 10,- Svenskur elitusvimjivenjari til Føroya Svenski Mats fann kærleikan í Føroyum So nú liggur fyri hjá okkara svimjarum Fiskiskapur: Meira av tungu og størri upsi
Læs mereNr. 1 Februar árið
Fællesbrev nr. 126 Arusha 20/1 2016 1 Når vi det? Julebrevet blev skrevet, men sidste fællesbrev har et stykke tid på bagen. I december tog vi endnu en tur til YMCA i Moshi, hvor vi tog en uges ferie.
Læs mereTíðindi úr Føroyum tann 10. okt Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.
Tíðindi úr Føroyum tann 10. okt. 2015 Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni. Framhaldandi gott heystveður Danjal av Rana 10.10.2016 (08:29) Eitt sterkt hátrýst liggur
Læs mereBakstøði Ynski var: - At lýsa teir møguleikar og tær treytir eldri fólk í Føroyum hava fyri einum góðum lívi í eldri árum - At lýsa hvørji átøk kunnu
URININKONTINENS HJÁ KVINNUM MILLUM 60 OG 65 ÁR Í FØROYUM Títtleiki og ávirkan á gerandislivið Ása Róin, Sjúkrarøktarfrøðingur og Master í professiónsmenning Hildur við Høgadalsá, Sjúkrarøktarfrøðingur
Læs mereJesus biður fyri okkum Joh. 17, 20-26
Jesus biður fyri okkum Joh. 17, 20-26 Joh. 17, 20-26 er endin á høvuðsprestabønini, sum Jesus bað áðrenn hann var tikin til fanga. Her biður Jesus fyri øllum komandi trúgvandi, teimum sum skulu koma til
Læs merehægri útbúgvingartilboð í Føroyum er tað møguligt? Hannes Gislason, Prof., PhD., deildarleiðari, Náttúruvísindadeildin
Fjarlestur frá topp 16 til 100 hægri útbúgvingartilboð í Føroyum er tað møguligt? g Hannes Gislason, Prof., PhD., deildarleiðari, Náttúruvísindadeildin 2 Fjarlestur skrá Evnir Hví fjarlestur? Fjarlestur
Læs mereTíðindi úr Føroyum tann 6 nov Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.
Tíðindi úr Føroyum tann 6 nov. 2015 Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni. Tað fer at vera eitt sindur kalt í vikuskiftinum Skrivað hevur Okkara veðurmaður: Hanus Kjølbro,
Læs mereTíðindi úr Føroyum tann 16. okt Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.
Tíðindi úr Føroyum tann 16. okt. 2015 Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni. Fyrrverandi Mærsk-skip høgt upp í Bangladesh Norma J. Martinez frá DanWatch hevur við hjálp
Læs mereHeilsulýsing Landslæknans 2011-2012
ISSN 0903-7772 Heilsulýsing Landslæknans 2011-2012 Greitt úr hondum hevur Høgni Debes Joensen, landslækni Medical Report 2011-2012 from the Chief Medical Officer in the Faroes 1 2 Heilsulýsing Landslæknans
Læs mereFiskavirkislærlingar í Gøtu
Nr. 297 Hósdagur 10. juli 2003 10,- Síða 10 Minningarhald á Seyðisfirði fyri teir, sum fórust við "Riddaranum" Tann 31. juli verður minningarhald fyri teimum 7 monnunum av "Riddaranum", sum fórust fyri
Læs meresamstarva At veita eina um skjóta hettar og tilboðið: goða viðgerð til kvinnur við burðartunglyndi.
November 2014 Til allar kommunulæknar í Føroyum November 2014 Til allar kommunulæknar í Føroyum Viðgerðartilboð til kvinnur við burðartunglyndi - Psykiatriski depilin Viðgerðartilboð Hettar brævið er til
Læs mereHeilsu- og innlendismálaráðið. Løgtingið Dagfesting: 02. nov Mál: 16/
Heilsu- og innlendismálaráðið Løgtingið Dagfesting: 02. nov. 2018 Mál: 16/01015-84 Løgtingsmál nr. 77/2018: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne
Læs mereVilja styrkja norðurlendsku fyrimyndina. Spennandi ferðatilboð. Tvørfaklig útbúgving. Privat er privat
Vilja styrkja norðurlendsku fyrimyndina Tvørfaklig útbúgving Spennandi ferðatilboð Privat er privat Blað nr. 2 - apríl 2005 Oddagrein Gunnleivur Dalsgarð ALHEIMSGERÐIN HVAR ERU VIT, OG HVAT ER TIL RÁÐA
Læs mereSíða 1 av 7. Inngangur
. Síða 1 av 7 Inngangur Yrkisútbúgvingarráðið samtykti á fundi 23. juni 2004 at seta ein arbeiðsbólk at kanna, um tað var møguligt, at skúlagongdin innan smásøluyrkið, sum fer fram á donskum skúla, kann
Læs mereÁlit. viðvíkjandi klagu um manglandi svar upp á innlitsumbøn
Tórshavn, tann 10. september 2013 J.Nr.:11/ 201300043 / 25 Álit viðvíkjandi klagu um manglandi svar upp á innlitsumbøn Við teldubrævi, dagfest 29. mai 2013, hevur A, Oyggjatíðindi sent umboðsmanninum soljóðandi
Læs mereKirkjuligt Missiónsblað
Nr. 2 mar. 2014 67. árið Kirkjuligt Missiónsblað 1. PÆTURS BRÆV 1,17-23 Tað er verulig styrki í guds orði. Tað eru ikki bara tómir bókstavir á einum pappíri. Tað er livandi og skal vara í ævir og tað hevur
Læs mereKirkjuligt Missiónsblað
Nr. 7 nov. 2008 61. árið Kirkjuligt Missiónsblað JESU FANGI Tá ið Jesus varð tikin uttanfyri Getsemane urtagarð, varð hann førdur til Kaifas, høvuðsprestin, har hann varð avhoyrdur og sat fangi nakrar
Læs mereTíðindi úr Føroyum tann Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.
Tíðindi úr Føroyum tann 01.01.17 Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni. Harðar hvirlur í nakrar dagar afturat 01.01.2017 (10:42) Fleiri minni lágtrýst yvir Norðhavinum
Læs mereLØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR
Tórshavn, tann 5. november 2007 J.Nr.: 200700058 (at tilskila í svari) Viðgjørt: Álit viðvíkjandi avgerð hjá Løgmansskrivstovuni um noktan av almennum innliti í skjøl viðvíkjandi føroysku sendistovuni
Læs mere90 ár síðani skaðagrindina. í Sandvík
Síða 11 Nr. 335 Hósdagur 3. februar 2005 12,- Ran farin fyrsta túrin Enn eru knotur í føroyingum 90 ár síðani skaðagrindina í Sandvík 13. februar eru liðin 90 ár síðani ringastu skaðagrind í søguni. Vit
Læs mereFøroyskur saltfiskur væl umtóktur
Nr. 294 Hósdagur 29. mai 2003 10,- Landsstýrið hevur sjálvt gjørt fakfeløg til mótpartar Síða 24 Søgan hjá Onnu Evensen Anna Evensen var dóttir tann fyrsta Lützen í Føroyum og mamma A. C. Evensen, sum
Læs mereLeiðarans leiklutur og samskifti í broytingum
Leiðarans leiklutur og samskifti í broytingum Jóhannes Miðskarð og Marin G. Petersen Samandráttur Í hesi grein greiða vit frá týdninginum, ið leiðarans leiklutur og samskifti hava undir broytingum. Vit
Læs mereÁlit. viðvíkjandi klagu um handfaringina hjá Hvalbiar kommunu av eini innlitsáheitan
Tórshavn, tann 10. september 2010 J.Nr.: 201000034 / 27 Álit viðvíkjandi klagu um handfaringina hjá Hvalbiar kommunu av eini innlitsáheitan Við skrivi, dagfest 27. februar 2010 hevur A sent umboðsmanninum
Læs mereKvinnan við Sikarsbrunn Partur II Joh. 4, 1-43
Kvinnan við Sikarsbrunn Partur II Joh. 4, 1-43 1 Óuppiborðin felagsskapur við Jesus Jesus kennir trupulleikarnar hjá hesi kvinnu, men hann veit eisini, hvør loysnin er. Hann veit altíð, hvør loysnin er.
Læs mereHAVNAR KLUBBI oktober Endurgerð av minnisriti Havnar Klubba, tá hann fylti 160 ár.
Endurgerð av minnisriti Havnar Klubba, tá hann fylti 160 ár. 1799-27.oktober - 1959 Teksturin er ikki broyttur, bert innskannaður, og tí sæst týðiliga, hvussu nógv skriftmálið hevur broytt seg tey seinastu
Læs mereTíðindi úr Føroyum tann 23. okt Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.
Tíðindi úr Føroyum tann 23. okt. 2015 Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni. Norskt skip bjargaði 2400 flóttum út fyri Libya Norska skipið Siem Pilot hevur bjargað 2400
Læs mereÁlit Viðvíkjandi klagu um vantandi fráboðan, grundgeving og kæruvegleiðing í avgerðum hjá TAKS
Tórshavn, tann 15. juli 2010 J.Nr.: 200900065 / 23 Álit Viðvíkjandi klagu um vantandi fráboðan, grundgeving og kæruvegleiðing í avgerðum hjá TAKS Við skrivi, móttikið tann 1. august 2009, hevur A sent
Læs mereRULLANDI FISKI- LOYVIR GEVA FÁMANNA- VELDI
TRYGGINGAR- SKAÐAR PRIVAT- SKAÐAR SMÁ- SKAÐAR HEIL- LAKKERING SKIFTA RÚTAR SKAÐA- SÝN MÁNADAGUR 5. MARS 2012 Dimmalætting ger munin hvønn dag. Eitt blað, sum á ein spennandi hátt lýsir, greinar og kveikir
Læs mereLøgtingsmál nr. 59/2014: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar
Løgtingið. Tórshavn, tann 1. desember 2014 Vmr J.Nr.:14/00085 Viðgjørt: RJ Løgtingsmál nr. 59/2014: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne
Læs mereNámsferð 25. mai 5. juni 2017
Námsferð 25. mai 5. juni 2017 7.a og b - Sankta Frans skúli Foreldrakunning 10. mai 2017 ...líka... Tá ið vit eru liðug í kvøld stápla stólarnar saman Hettutroyggjur við prent Myndatøka juni floksmynd
Læs mereUnder arbejdet med kunngerðini er jeg blevet opmærksom på 3 områder i loven, jeg mener vi lige må tænke over en ekstra gang.
Fra: Gunnvør Eriksen [mailto:gunnvore@mmr.fo] Sendt: 9. februar 2006 14.23 Til: Løgtingið Emne: Skjal 5 HEILSUSKÚLIN - Ummæli av lógaruppskoti Vinarliga / Best Regards Gunnvør Eriksen Mentamálaráðið ':
Læs mereÁrsins studentur. Áhugaverd frásøgn frá meslingagrindini, sum var í Gøtu í Vit hava myndir frá grindini, sum ikki fyrr hava verið alment kendar.
Síða 2 Nr. 272 Hósdagur 4. juli 2002 10,- Ársins studentur Lesið søguna um Áka sum hóast sera skerdan førleika kortini fekk studentsprógv. Vitjan á Sjóbjargingarstøðini Neyðug kunning fyri øll siglandi.
Læs mereTíðindi úr Føroyum tann 31. mars Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.
Tíðindi úr Føroyum tann 31. mars 2015 Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni. Griksk søla av havnini í Pireus í eygsjón Grikska stjórnin ætlar at selja partabrævameiriluta
Læs mere