Vanligar viðskiftatreytir í Eik Banka P/F
|
|
|
- Karl Bonde
- 9 år siden
- Visninger:
Transkript
1 Galdandi frá 22. juli 2010 fyri bæði verandi og nýggjar kundar Vanligar viðskiftatreytir í Eik Banka P/F Vælkomin í Eik Banka P/F (hereftir Eik). Vanligu viðskiftatreytirnar eru galdandi fyri øll viðurskifti millum teg og Eik, uttan so, at annað er avtalað, t.d. í eini innlánsavtalu, útláns avtalu (kredittavtalu), í goymslu- og handils treytum fyri virðisbrøv, kekk- og kortreglum ella bokstreytum ella øðrum serligum treytum. Viðskiftatreytirnar kunnu verða broyttar uttan frá boðan, um broytingarnar eru til fyrimunar fyri teg. Eru broytingarnar í viðskiftatreytunum ikki til fyrimunar fyri teg, skal Eik boða frá 1 mánað frammanundan, at broytingar og nýggjar ásetingar koma í gildi. Stovnan av kundaviðskifti Tá ið tú gerst kundi í Eik, skalt tú útfylla eitt oyðublað, har tú millum annað skalt upplýsa navn, bústað og persónstal (P-tal). Upplýsingarnar skulu prógvast við at lata avrit av eitt nú passi, persónstalskorti, koyrikorti, dópsváttan ella navnabrævi. Er talan um eina einstaklingafyritøku, skal V-tal eisini upplýsast. Er talan um ein løgfrøðiligan persón, eitt nú partafeløg ella smápartafelag, er neyðugt at upp lýsa navn, bústað og V-tal, og útflýggja avrit av fulltrúum, tekningarútskrift og viðtøkum eins og seinasta roknskapi felagsins. Harumframt skulu nevnd, stjórn og fulltrúar felagsins lata samleikaupplýsingar. Eisini skal Eik hava upplýsingar um, hvat kundaviðskiftið fevnir um. Víðarilating av persónsupplýsingum Fyri at kunna halda avtalur við teg, t.d. um flyting av peningi til onnur, verða tær upplýsingar um teg latnar øðrum, sum eru neyðugar til at eyðmerkja teg og útinna avtaluna. Upplýsingar verða latnar almennu myndug leikunum í tann mun, lóggávan krevur tað, til dømis upplýsingar til skattamyndugleikarnar. Vanligar upplýsingar um kundaviðurskifti tíni, t.d. navn, bústaður, p-tal, skrásetingarnummar v.m., kunnu latast øðrum at brúka til at taka sær av umsitingarligum uppgávum, til dømis kredittmeting og kundaumsiting samsvarandi reglunum í Lóg um fíggjarligt virksemi. Eik kann lata øðrum kundaupplýsingar, um tú hevur givið loyvi til tess. Fyri støðugt at kunna veita tær bestu tænastuna, kann Eik biðja teg um samtykki at lata upplýsingar at brúka til ráðgeving og marknaðarføring. Samtykkið kann altíð broytast ella takast aftur. Tú hevur altíð rætt til at fáa upplýst, hvørjar upplýsingar Eik viðger um teg. Eik kann krevja, at tú skal gjalda fyri at fáa upp lýsingarnar skrivliga.
2 Kæra yvir viðgerðina av upplýsingum hjá Eik Við misnøgd um viðgerð av persónsupplýsingum kanst tú kæra til: Eik Banka P/F, Løgtoymið, Yviri við Strond 2, Postboks 34, FO-110 Tórshavn Teldupostur: ella Dátueftirlitið, Postboks 300, FO-110 Tórshavn Tagnarskylda Starvsfólk hjá Eik hava tagnarskyldu um viðurskifti tíni og kunnu ikki uttan heimild út flýggja ella lata øðrum upplýsingar, sum tey fáa um teg í starvi sínum í Eik. Reglurnar fyri tagnarskyldu fylgja lógini um fíggjarligt virksemi. Upplýsingar verða tó latnar øðrum, eitt nú skattamyndugleikunum, í tann mun Eik hevur skyldu til tess sambært lóggávuni. Tekningarrættur og fulltrú Eik skal hava upplýst, hvør ið er heimilaður at undirskriva í kundaviðskiftinum. Verður undirskrivingarheimildin broytt, skal Eik hava skrivlig boð um broytingina. Tú kanst geva øðrum fulltrú at ráða tína vegna mótvegis Eik. Ein fulltrú skal vera skrivlig og skal vanliga gerast á fulltrúaroyðublað frá Eik. Fulltrúin hevur gildi, til Eik fær skrivlig boð frá tær um, at hon er tikin aftur ella broytt. Um fulltrúarveitarin doyr, fellur fulltrúin burtur, tá ið Eik fær boð um andlátið. Tað merkir, at kontur o.a. hjá fulltrúarveitara verða sperrað, til skiftirætturin hevur tikið støðu til, hvussu búgvið skal viðgerast. Gera fleiri kundar avtalu um eina felagskontu o.a., kann hvør av kontueigarunum ráða einsamallur yvir kontuni o.ø., uttan so, at annað er avtalað. Doyr ein av kontueigarunum, hevur Eik tó heimild at steingja felagskontuna. Rentur og provisjón Renta og provisjón fyri einstøku innláns- og útláns konturnar eru broytilig, uttan so, at annað er avtalað. At renta og provisjón eru broytilig merkir, at Eik til hvørja tíð kann broyta rentustøðið og provisjónsstøðið. Rentustøðið og provisjónsstøðið eru bundin av kontuslagi, eins og rentustøðið og provisjónsstøðið fyri alla kontuna kunnu vera bundin av tí saldu, sum til hvørja tíð er á kontuni. Tú kanst fáa upplýsingar um rentustøðið og provisjónsstøðið, herundir rentuspennið, fyri tey mest vanligu sløgini av inn- og útláni á heimasíðu Eik, ella við at spyrja starvsfólk í Eik. Broyting av rentustøði og provisjónsstøði Eik kann uttan fráboðan broyta rentu- og provisjóns støðið, um broytingin er til fyrimunar fyri teg. Eik kann uttan fráboðan lækka rentu- og provisjóns støðið á innlánum og hækka rentustøðið á útlánum, um inn- ella útlendskar broytingar í peninga- ella kredittpolitikki hava týdning fyri Eik, tí at vanliga rentustigið ávirkast, ella onnur broyting í vanliga rentustiginum, til dømis á peninga- og obligatiónsmarknaðinum, hevur týdning fyri Eik, ella broytingar í skattum og avgjøldum hava týdning fyri Eik. Eik kann lækka broytiliga rentustøðið á innlánum og hækka broytiliga rentustøðið á útlánum við at boða frá 14 dagar frammanundan, um tey viðurskifti, sum hvørt sær vórðu løgd til grund við at áseta rentutreytir tínar, broytast, Eik broytir heildarrentu og kostnaðaráseting sína av handilsligum orsøkum, uttan at tað hevur samband við gongdina í vanliga rentustiginum. Handilsligar orsøkir kunnu m.a. vera at røkka eini meiri gagnligari nýtslu av tilfeinginum ella styrkini hjá Eik ella at økja um vinningin ella
3 marknaðarviðurskifti, sum t.d. kappingar- ella inntøkuviðurskifti, elva til eina broyting av einum ella fleiri kontusløgum Tú fært upplýsing um broyting av rentu- og provisjónsstøðinum á heimasíðuni hjá Eik,, við brævi ella við lýsingum í føroyskum fjølmiðlum. Rentuútrokning, rentudagar og rentutilskriving Eik ger eina dagliga útrokning av rentum fyri hvørja einstaka kontu á henda hátt: Salda x áljóðandi rentu/360 Allir mánaðir í árinum verða roknaðir sum 30 dagar Tá ið dagliga saldan verður gjørd upp, tekur Eik støði í rentudegnum fyri konturørslurnar. Rentudagurin er tann dagurin, tá ið eitt inngjald, útgjald ella onnur konturørsla fær gildi fyri útrokning av rentum á eini kontu. Sum útgangsstøði er niðanfyristandandi galdandi: Leygardagar, sunnu- og halgidagar, flaggdagur, ólavsøkuaftan, ólavsøkudagur, jólaaftan og nýggjársaftan eru ikki avgreiðsludagar í Eik. Grundlógardagur er hálvur avgreiðslu dagur. Tá ið tú rindar inn í reiðum peningi, við kekki ella við korti á eina kontu í Eik, er fyrsti avgreiðsludagurin eftir inngjaldið rentudagur. Tá ið tú fært útgoldið reiðan pening við kekki útskrivaðum til tín, er avgreiðsludagurin rentu dagur. Rentudagurin, tá ið hesin kekkur verður goldin inn á tína kontu í Eik, er fyrsti avgreiðsludagur eftir inngjaldið. Tá ið tú fært útgoldið í reiðum peningi, við kekki ella við korti av kontu tíni í Eik, er avgreiðsludagurin rentudagur. Tá ið tú tekur út við korti ella innanhýsis gjaldkorti í sjálvtøkunum hjá Eik, er tann dagurin, tá úttøkan fer fram, rentudagur. Tá ið tú brúkar kekkar ella kortnotuskipanir til at gjalda í handlum, er dagurin, tá Eik hevur fingið kekkin ella kortnota, rentudagur. Tá ið tú brúkar kort í elektronisku skipanini í handlum, er tann dagurin, tá ið kortið verður brúkt, rentudagur. Tá ið tú flytur pening millum egnar kontur í Eik, er avgreiðsludagurin rentudagur fyri báðar kontur. Tá ið tú fært løn o.a., er rentudagur fyrsti avgreiðsludagur eftir inngjaldið. Tá ið tú fært aðra peningaflyting frá kontu í øðrum pengastovni, er rentudagur fyrsti avgreiðsludagur eftir, at flytingin er móttikin. Reglurnar um rentuútrokning, rentudagar og rentutilskriving, kann Eik til hvørja tíð broyta uttan fráboðan. Rentutilskriving Eik tilskrivar, sum meginreglu, rentur tvær ferð um árið fyri innlán. Tað verður gjørt við at leggja dagligu rentuútrokningarnar saman og seta alla upphæddina inn á tína kontu. Fyrsti avgreiðsludagur eftir rentutilskrivingina er rentudagur. Eik tilskrivar, sum meginreglu rentur fyri útlán antin eina ferð um ársfjórðingin ella hvørt hálva ár. Rentuskeiðið sæst á lánskjalinum. Rentutilskrivingin fer fram við at leggja dagligu rentuútrokningarnar saman og góðskriva ella skuldskriva kontu tína fyri rentur, provisjón og gjøld. Dagurin, tá ið renturnar verða tilskrivaðar, er rentudagur. Tilskriving av rentum sæst á kontuavriti ella aðrari uppgerð. Eik kann gera av, at rentuupphædd undir ávísa stødd ikki verður tilskrivað kontuna. Tá konta verður uppgjørd, verður renta tilskrivað í sambandi við uppgerðina.
4 Gjøld Eik kann rokna sær gjøld fyri tænastuveitingar, sum verða útintar fyri teg. Eik kann eisini rokna sær gjald fyri at svara spurningum frá almennum myndugleikum. Gjøldini verða annaðhvørt kravd sum føst upphædd fyri veitanina ella sum ein prosentáseting ella ein tímaáseting alt eftir, hvussu umfatandi veitingin er. Útrokningarhættirnir kunnu setast saman. Vanligu gjøldini síggjast á einum kostnaðarlista, sum tú finnur á deildum og á heimasíðuni hjá Eik Onnur gjøld verða upplýst við at spyrja starvsfólk bankans. Broyting av gjøldum Eik kann til hvørja tíð uttan fráboðan lækka gjøld. Vanlig gjøld, sum eru partur av galdandi sáttmálaviðurskiftum, kann Eik hækka við at boða frá 1 mánað frammanundan, um tey viðurskifti, sum hvørt sær vórðu løgd til grund við ásetan av gjaldstreytum tínum, broytast, Eik broytir vanliga gjaldbygnaðin og kostnaðarásetingina av handilsligum orsøkum. Handilsligar orsøkir kunnu m.a. vera at røkka einari meira gagnligari tilfeingisella orkunýtslu hjá Eik ella at økja um vinningin, marknaðarviðurskifti, sum t.d. kappingar- ella inntøkuviðurskifti, elva til eina broyting av einum ella fleiri kontusløgum Í galdandi sáttmálaviðurskiftum kann Eik av handilsligum orsøkum seta í verk gjøld fyri tænastur, sum Eik ikki fyrr hevur tikið gjald fyri. Gjøld kunnu setast í verk við at boða frá 1 mánað frammanundan. Eik kann til hvørja tíð uttan fráboðan seta í verk og hækka gjøld fyri einstakar tænastuveitingar og sum heild fyri nýggjar avtalur. Tú fært upplýsing um broyting av gjøldum á heimasíðuni hjá Eik, við brævi ella við lýsing í føroyskum fjølmiðlum. Trotarenta, áminningargjøld o.a. Um konta tín stendur í troti ella er í eftirstøðu, kann Eik krevja trotarentu, provisjón ella morarentu og gjald fyri at senda áminningarskriv. Eisini kann Eik krevja, at útreiðslur, sum eru brúktar til løgfrøðiliga hjálp í sambandi við innkrevjing o.a., verða goldnar av tær. Støddin á áminningargjaldinum sæst av áminningarskrivinum hjá Eik. Trotarentan o.a. verður upplýst uppá fyrispurning. Trotarenta og provisjón verða ásett eftir meting hjá Eik í mun til váðan av mishildnum krøvum sum heild, umframt ítøkiliga av einstøku mishildnu krøvunum. Eik kann til hvørja tíð roknskaparliga velja at steðga rentutilskrivingini. Hetta merkir ikki, at Eik hevur fráskrivað sær rættin til at renturokna kravið og annars krevja gjald fyri m.a. áminningarskriv og útreiðslur, ið seinni eru komnar aftrat í sambandi við innheintan av skuldini. Inngjald og úttøka av kontu Øll inngjøld á kontu tína, sum ikki eru kontant, fara fram við tí fyrivarni, at Eik fær upphæddina. Hetta er eisini galdandi, um talan er um inngjald við kekkum, ið eru tiknir út av kontu í Eik. Fyrivarnið er galdandi, hóast tað ikki er nevnt í kvittan ella aðrari fráboðan um inngjaldið. Um ein kekkur t.d. roynist dekningsleysur ella ikki svarar til virðið, tekur Eik upphæddina av kontu tíni aftur. Um peningur verður tikin av kontu tíni, fært tú boð frá Eik. Eik kann flyta upphædd aftur, sum eyðsæð av mis gáum er sett inn á kontu tína, t.d. um sama upp hædd verður sett inn tvær ferðir. Sama er galdandi um so er, at Eik, sambært avtalu við aðrar føroyskar peningastovnar, hevur bundið seg til at flyta upphæddir aftur, sum av misgáum eru settar inn á kontu tíni. Um peningur verður tikin av kontu tíni, fært tú boð frá Eik. Eitt og hvørt inngjald til
5 lán ella kredittir verður fyrst brúkt til rentu og provisjón. Hetta er galdandi, sama um tú sjálv/ur rindar inn, ella inngjøldini eru frá borgsmanni ella veðsetara. Onnur inngjøld verða síðan nýtt til at rinda avdráttir. Eik hevur rætt, men ikki skyldu, at hækka avdráttir ella gjøld til lán v.m., samsvarandi hækkandi rentustøði, ómaksløn ella tílíkum. Tá ið tú fært pappírs- ella elektronisk kontuavrit, eigur tú beinanvegin at kanna, um rørslur eru á kontuni, ið tú ikki kennist við. Er hetta so, eigur tú beinanvegin at seta teg í samband við Eik. Yvirlit frá skrásetingunum hjá Eik, eitt nú kontuyvirlit, eiga til eina og hvørja tíð at vera mett sum fullgott prógv um støddina á skuldini. Uppathald og mótrokning Uppathald Eik og tú kunnu til hvørja tíð enda kunda viðskiftið uttan freist. Tá ið kundaviðskiftið heldur uppat, kann Eik uppsiga lán, kredittir, ábyrgdir og borganir, sum Eik hevur veitt, og loysa seg frá øðrum skyldum, heruppií skyldum í útlendskum gjaldoyra, sum Eik kann hava átikið sær fyri teg. Tú hevur skyldu at loysa Eik frá øllum skyldum, sum Eik hevur átikið sær tína vegna, og, um Eik metir tað neyðugt, veita trygd fyri skyldunum. Mótrokning Eik kann, uttan at boða tær frá frammanundan, mótrokna eina og hvørja, gjaldkomna sum ógjaldkomna, áogn ímóti tær, í eini og hvørji áogn, bæði í føroyskum krónum og útlendskum gjaldoyra, sum tú hevur ella fært móti Eik. Endurgjaldsskylda Eik hevur endurgjaldsskyldu, um Eik orsakað av mistøkum ella vanrøkt, ov seint ella ófullfíggjað ikki heldur avtalaðar skyldur. Á teimum økjum, har strangari ábyrgd er galdandi, hevur Eik ikki ábyrgd av teimum tapum, sum eru orsakað av: sliti í / vantandi atgongd til kt-skipan ella skaða í upplýsingum í hesum skipanum, sum kunnu vísast til niðanfyri nevndu hendingar, sama um tað er Eik sjálvur ella ein útvegari uttanífrá, ið stendur fyri rakstri av skipanunum breki í streymveitingini ella telesamskiftinum hjá Eik, lógarinntrivi ella fyrisitingargerðum, náttúruvanlukkum, kríggi, uppreistri, borgarligum ófriði, herverki, yvirgangi ella valdsgerðum (undir hesum telduvirus og teldusníking) verkfalli, verkbanni, handilsbanni ella stongsli, sama um ósemjan er beind ímóti ella sett í verk av Eik sjálvum, fagfeløgum ella øðrum felagsskapum, og uttan mun til, hvør orsøkin til ósemjuna er. Tað er eisini galdandi, tá ið ósemjan bara rakar ein part av Eik øðrum umstøðum, sum eru uttan fyri ávirkanina hjá Eik Eik er ikki frítikin fyri ábyrgd, um: Eik frammanundan átti at havt sæð tey viðurskifti, sum eru orsøk til tapið, tá ið avtalan varð sett í gildi, ella átti at havt sloppið undan teimum ella vunnið á orsøkini til tapið, lóggávan undir øllum umstøðum gevur Eik ábyrgd av teimum viðurskiftum, sum eru orsøk til tapið. Postur Eik skilar sær rætt til at geva kundanum allar upplýsingar í elektroniskum líki, hóast tað í skjølum, handilstreytum, reglugerðum og so framvegis verða nýtt orð sum skrivliga, bræv, kontuavrit, yvirlit og so framvegis. Tú fær allar fráboðanir, kontuavrit, ársuppgerðir, møgulig áminningarskriv, notur og annað sum elektroniskan post í netbanka ella latið í e-boks. Eik skilar sær tó rætt at nýta vanligan post, um so er, at umstøðurnar krevja hetta. Hevur tú ikki netbanka (Eik Netbankin), verða nevndu avrit send sum vanligur postur.
6 Telefonsamrøður, sum verða bandaðar Fyri at veita tær rætta tænastu kann Eik banda telefonsamrøður. Vanliga verða bara telefon samrøður bandaðar, sum hava samband við ráðgeving av virðisbrøvum og virðisbræva og gjaldoyrahandil. Kunngerð um góðan sið fyri fíggjarligt virksemi Eik er fevndur av Bekendtgørelse for Færøerne om god skik for finansielle virksomheder. Kunngerðin geldur fyri virksemið hjá Eik við atliti at privatkundaviðskiftum, men eisini við atliti at vinnukundaviðskiftum, um so er, at hesi ikki víkja munandi frá privatkundaviðskifti. Gjørt verður vart við, at Eik í nøkrum førum fær provisjón ella aðra samsýning, tá víst verður til ella seldar verða tænastur hjá samstarvsfelaga. Upplýsingar um samstarvsfelagarnar hjá Eik síggjast á heimasíðuni. Somuleiðis verður gjørt vart við, at starvsfólk í Eik í nøkrum førum fáa provisjón ella aðra samsýning, sum fylgja av ráðgeving til kundan ella sølu av fíggjarligum veitingum. Kærumál Um tú ætlar tær at kæra um Eik, skalt tú í fyrsta umfari seta teg í samband við deild tína. Um tú eftir tað framvegis ert ónøgd/ur við við gerðina hjá Eik av áheitan tíni ella úrslitið av henni, kanst tú seta teg í samband við Løgtoymið hjá Eik, sum hevur ábyrgd av kærum í Eik. Adressan er: Eik Banki P/F, Løgtoymið, Yviri við Strond 2, Postboks 34, FO-110 Tórshavn Teldupostur: fo Eftirlit Eik er undir eftirliti av Finanstilsynet Århusgade 11D DK-2100 København Ø Tlf Meira fæst at vita um Eik Banka á heima síðu bankans fo Til ber at lesa kunngerðina um góðan sið í lógarsavninum á heimasíðuni hjá Fíggjareftirlitinum,
forbindelse med både ansættelse, ændring i ansættelsesforhold og ved afslutning af ansættelsen.
Retningslinie Uppgávu- og ábyrgdarbýtið ímillum og eindir/leiðarar á LS, tá ið byrjar í starvi, broytir starv innanhýsis ella fer úr starvi / Opgave og ansvarsfordeling mellem medarbejdere og afdelinger
Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging
Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging Galdandi frá 1. januar 2016 1. Tryggingaravtalan Stk. 1. Tryggingaravtalan fevnir um bólkalívsavtaluna og niðanfyristandandi tryggingartreytir. Stk. 2. Frávik til
Sagsøgeren har påstået sagsøgte dømt til at betale 42.400 kr. med procesrente fra den 26. juni 2003, subsidiært procesrente fra den 22. april 2008.
DOM Afsagt af retten på Færøeme den 22. december 2009 IBS-sagnr. 619/2008 Skatteyderi mod TAKS Samandráttur: Málið snýr seg partvís um saksøkjarin, skattagjaldari, skal rinda mvg av skrásetingaravgjaldinum
Rentuyvirlit Føroyar Galdandi frá 11. januar 2018
Rentuyvirlit Føroyar Galdandi frá 11. januar 2018 BankNordik P/F Oknarvegur 5 - Postsmoga 3048 110 Tórshavn Føroyar V-tal 322059 Innleiðing Um rentuyvirlitið Rentuyvirlitið inniheldur galdandi prísir hjá
Givið út 30. mai 2017
Givið út 30. mai 2017 Nr. 78 29. mai 2017 Løgtingslóg um broyting í ymiskum lógum á málsøkinum persóns-, húsfólka- og arvarætti (Myndugleikaflyting vegna yvirtøku av málsøkinum) Samsvarandi samtykt Løgtingsins
- Webundersøgelse, Fólkaskúlaráðið, oktober 2013. Fólkaskúlaráðið. Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på
Fólkaskúlaráðið Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på og erfaringer med ressourcentre på skolerne 2013 Udarbejdet af Scharling Research for bestyrelsen i Fólkaskúlaráðið, oktober 2013 Scharling.dk
Liðugfráboðan til eftirlits av Brunaávaringarskipan
Síða 1 av 5 Til Brunaumsjón landsins, Tinghúsvegi 5, 100 Tórshavn Liðugfráboðan til eftirlits av Brunaávaringarskipan Anleggseigari Navn: Bústaður: Att.: Anlaggsadressa Navn: Bústaður: Kontaktpersónur:
Givið út 25. oktober 2018
Givið út 25. oktober 2018 Nr. 144 23. oktober 2018 Kunngerð um fráboðan, skráseting og almannakunngering o.a. hjá Skráseting Føroya Við heimild í 56, stk. 3, 60, stk. 2-5, 61, stk. 3 og 63, stk. 6 í anordning
Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding av elinnleggjarum
Johan Dahl, landsstýrismaður Vinnumálaráðið Tinganes FO-100 Tórshavn Landsstýrismálanevndin 01.06.2011 j. nr. 7.13-20110005 14 bl/td (at tilskila í svari) Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding
Heilsu- og innlendismálaráðið
Heilsu- og innlendismálaráðið Løgtingið Dagfesting: 5. januar 2018 Mál nr.: 17/00573-14 Málsviðgjørt: MHR Løgtingsmál nr. xx/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í Anordning om ikrafttræden for Færøerne
DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál. Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess
DANSK 1-2-3 Danskt sum 1., 2. og 3. mál Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess Hvat halda næmingar um danskt og undirvísing í donskum / Hvad synes eleverne om dansk og danskundervisningen? Spørgeskemaundersøgelse
Januar Almennar tryggingartreytir
Almennar tryggingartreytir 1 Alment 3 2 Tryggingarpartar 3 3 Avtalugrundarlag 3 4 Ígildiskoma 3 5 Gjald 3 6 Gjaldskái 4 7 Gjaldsskeiðið endar 4 8 Fullnaður 4 A: Veiting við óarbeiðsføri 4 a.a: Avlamisupphædd
Vegleiðing at dagføra GPS-kort. Tillukku við tínum keypi av GPS-korti. Kortið fevnir um Føroyar.
Vegleiðing at dagføra GPS-kort Sp/f Munin Dalavegur 47 FO-100 Tórshavn Føroyar www.munin.fo E-mail : [email protected] Tlf. +298 35 36 00 Fax +298 35 36 01 Tórshavn tann 25-11-2013 Tillukku við tínum keypi
Almennar tryggingartreytir fyri P/F Tryggingarfelagið Lív
Galdandi fyri allar tryggingar við marknaðarrentu. P/F Tryggingarfelagið Lív verður hereftir skrivað LÍV. 1 Persónar 2 Gildisøki og grundarlag 3 Nær er tryggingin galdandi? 4 Hvar er tryggingin galdandi?
Føroya Arbeiðarafelag Felagslívstrygging
Føroya Arbeiðarafelag Felagslívstrygging 2018 Havnar Arbeiðsmannafelag Føroya Arbeiðarafelag Felagslívstrygging 2013 Føroya Arbeiðarafelag Føroya Arbeiðarafelag hevur gjørt felags avtalu við Alka viðvíkjandi
Konference om affald på havet
Konference om affald på havet Miljøtilsyn lavet af Skipaeftirlitið Skipaeftirlitið (maritime( myndigheder) Tilsyn som er krævet efter bekendtgørelse nr. 122 fra den 25. november 2005 / 11 stk. 3 og aftale
Grannskoðaraeftirlitið. Grannskoðaraeftirlitið. Ársfrágreiðing. Almannakunngjørd 23. juni 2017
Grannskoðaraeftirlitið Ársfrágreiðing 2016 Almannakunngjørd 23. juni 2017 Skrivstovuhald: Skráseting Føroya Sigmundargøta 13 Boks 264 110 Tórshavn Tlf.: +298356010 E-mail: [email protected] Innihaldsyvirlit
Havnar Arbeiðsmannafelag Føroya Arbeiðarafelag Felagslívstrygging. Havnar Arbeiðsmannafelag Føroya Arbeiðarafelag Felagslívstrygging
Havnar Arbeiðsmannafelag Føroya Arbeiðarafelag Felagslívstrygging 2017 Havnar Arbeiðsmannafelag Føroya Arbeiðarafelag Felagslívstrygging 2013 Havnar Arbeiðsmannafelag Føroya Arbeiðarafelag Havnar Arbeiðsmannafelag
Grannskoðaraeftirlitið. fghjklæøzxcvbnmqwertyuiopåasdfghj. Ársfrágreiðing og 2010
qwertyuiopåasdfghjklæøzxcvbnmqw ertyuiopåasdfghjklæøzxcvbnmqwert yuiopåasdfghjklæøzxcvbnmqwertyui opåasdfghjklæøzxcvbnmqwertyuiopå asdfghjklæøzxcvbnmqwertyuiopåasd Grannskoðaraeftirlitið fghjklæøzxcvbnmqwertyuiopåasdfghj
Gamlar myndir úr Norðuroyggjum
Nr. 289 Hósdagur 20. mars 2003 10,- Síða 20 Símun Johan Wolles 70 ár Løgtingsmál viðvíkjandi fiskivinnu og -monnum Vit greiða frá teimum framløgdu tingmálunum, sum viðvíkja fiskimonnum. Síða 6-9 FF hevur
Løgtingsmál nr. xx/2008: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tænastumenn landsins. Uppskot. til
Tórshavn, tann 19.februar 2008 J.Nr.: 8201-73-0003/2007 (at tilskila í svari) Viðgjørt: sn Løgtingið Løgtingsmál nr. xx/2008: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tænastumenn landsins.
Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar
Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar OLE WICH 2013 Javnaðarflokkurin á Fólkatingi Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir
Kanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum
Kanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum LØGTINGIÐ 19 nevndin Kanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum 19 nevndin: Joen Magnus Rasmussen, formaður Kristina Háfoss, næstforkvinna Helgi Abrahamsen
Bygnaðarbroytingar, tænastumenn og grundgevingar
Bjarni Mortensen Bygnaðarbroytingar, tænastumenn og grundgevingar Bjarni Mortensen 1 Úrtak. Greinin er skrivað sum partur av próvtøkuni á skeiði í føroyskum kollektivum arbeiðsrætti. Greinin viðger støðuna
Dátueftirlitið Tinganes - Postboks Tórshavn Telefonnr:
Fíggjarmálaráðið Traðargøta 39 FO-160 Argir Tórshavn, tann 19. apríl 2007 J. nr.: 20070025-4 Viðgjørt: KJ/IE Viðvíkjandi Lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask af udbytte og finansiering af
OVERENSKOMST FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ FARMAKONOMFORENINGEN MELLEM
2010 OVERENSKOMST MELLEM FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ og FARMAKONOMFORENINGEN 1 Ansættelse... 3 2 Løn... 3 Farmakonomer og defektricer... 3 Mellemledere... 3 Ledende farmakonom/souschef... 3 Systemansvarlige og undervisere...
Felagslívstrygging. fyri limir í Føroya Fiskimannafelag. Havnar Arbeiðsmannafelag Føroya Arbeiðarafelag. Felagslívstrygging
Felagslívstrygging fyri limir í Føroya Fiskimannafelag 2016 Havnar Arbeiðsmannafelag Føroya Arbeiðarafelag Felagslívstrygging 2013 1 Føroya Fiskimannafelag Føroya Fiskimannafelagið (nevnt felagið) hevur
LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR
Tórshavn, tann 5. november 2007 J.Nr.: 200700058 (at tilskila í svari) Viðgjørt: Álit viðvíkjandi avgerð hjá Løgmansskrivstovuni um noktan av almennum innliti í skjøl viðvíkjandi føroysku sendistovuni
Løgtingsmál nr. 115/2011: Uppskot til løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin) Uppskot. til. løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin)
Løgtingið. Tórshavn, tann 9. januar 2012 VMR j.nr.: 11/00401 Viðgjørt: ABD Løgtingsmál nr. 115/2011: Uppskot til løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin) Uppskot til løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin)
DOM. Under denne sag, der er anlagt den 16. august 2010, har sagsøgerne, A, B, C, D, E, F, H, I, J og K, nedlagt påstand om:
DOM Afsagt den 14. juni 2011 i sag nr. BS 1270/2010: A, B, C, D, E, F, G, H, I, J og K mod TAKS Under denne sag, der er anlagt den 16. august 2010, har sagsøgerne, A, B, C, D, E, F, H, I, J og K, nedlagt
Námsferð 25. mai 5. juni 2017
Námsferð 25. mai 5. juni 2017 7.a og b - Sankta Frans skúli Foreldrakunning 10. mai 2017 ...líka... Tá ið vit eru liðug í kvøld stápla stólarnar saman Hettutroyggjur við prent Myndatøka juni floksmynd
Føroya Arbeiðarafelag. Havnar Arbeiðsmannafelag. Felagslívstrygging. Havnar Arbeiðsmannafelag. Føroya Arbeiðarafelag. Felagslívstrygging
Føroya Arbeiðarafelag Havnar Arbeiðsmannafelag Felagslívstrygging 2015 Havnar Arbeiðsmannafelag Føroya Arbeiðarafelag Felagslívstrygging 2013 Føroya Arbeiðarafelag Havnar Arbeiðsmannafelag Føroya Arbeiðarafelag
SÁTTMÁLI MILLUM FARMAKONOMFORENINGEN OG FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ
SÁTTMÁLI MILLUM FARMAKONOMFORENINGEN OG FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ 1 Ansættelse Stk. 1. Denne overenskomst omfatter farmakonomer og defektricer ansat i det færøske apotekervæsen. Stk. 2. Apoteket er forpligtet til
Fakturablanketten virk.dk. 1 At senda elektroniskar rokningar við fakturablanketten
Fakturablanketten virk.dk At senda fakturar til kunda via teldupost, har fakturin er viðheftur sum t.d. pdf-skjal, er ikki at rokna sum elektronisk fakturering (talgild fakturering) í hesum sambandi. Talgild
INNANHÝSIS. Uppskot til. Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af ændringslove til lov om luftfart
UTTANRÍKIS - OG V INNUMÁLARÁÐIÐ INNANHÝSIS Løgtingið Tórshavn, tann 1. februar 2017 Vmr. J.Nr.: 16/00801-4 Viðgjørt: EFR Løgtingsmál nr. xx /2016: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri
Løgtingið Tórshavn, tann 9.juni 2015 J.nr.: 12/ Løgtingsmál nr. / 2015: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar søloven
Løgtingið Tórshavn, tann 9.juni 2015 J.nr.: 12/00004 Løgtingsmál nr. / 2015: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar søloven Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri
Orðið eigur í føroyskari felagsverklóg 1
Orðið eigur í føroyskari felagsverklóg 1 Snorri Fjallsbak 2 Tað er stórur munur á einari kanin og einari kanón. Tí er tað sera umráðandi, at vit gera okkum ómak, tá ið vit skriva orðini, og at vit stava
Løgtingsmál nr. 126/2007: Uppskot til løgtingslóg um havnir. Uppskot. til. løgtingslóg um havnir
Fólkaflokkurin Sambandsflokkurin Sjálvstýrisflokkurin Løgtingið Løgtingsmál nr. 126/2007: Uppskot til løgtingslóg um havnir Uppskot til løgtingslóg um havnir Kapittul 1 Øki og allýsingar 1. Lógin er galdandi
Skatta- og avgjaldsmál avgerðir
Skatta- og avgjaldsmál avgerðir Mál nr.: Lóg: Avgerð tikin: 09-03-31-72 Meirvirðisgjaldslógin 12 29.11.2010 Sýtt útgjald av íløgu-mvg. Søla av virksemi. Próvbyrða. Samandráttur: Kært er um, at TAKS hevur
Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin. Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014
Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014 Integration og eksklusión versus inklusión Integratión merkir at vera so normalur, sum gjørligt,
Under arbejdet med kunngerðini er jeg blevet opmærksom på 3 områder i loven, jeg mener vi lige må tænke over en ekstra gang.
Fra: Gunnvør Eriksen [mailto:[email protected]] Sendt: 9. februar 2006 14.23 Til: Løgtingið Emne: Skjal 5 HEILSUSKÚLIN - Ummæli av lógaruppskoti Vinarliga / Best Regards Gunnvør Eriksen Mentamálaráðið ':
Málsgongd Við skrivi, dagfest 12. desember 2008, sendi Mentamálaráðið soljóðandi uppsøgn til klagaran:
Tórshavn, tann 23. apríl 2013 J.Nr.:28/ 201200015 / 13 (at tilskila í svari) Tykkara J.nr. Álit viðvíkjandi klagu um skikkaða eftirløn hjá tænastumanni Við skrivi, dagfest 6. februar 2012, hevur A sent
Fólkaheilsukanning Hvussu hevur tú tað 2015
Fólkaheilsukanning 2015 - Hvussu hevur tú tað 2015 Fólkaheilsuráðið juni 2016 Sálarheilsa Sálarheilsa Perceived Stress Scale Í hesi kanningini verður PSS (Perceived Stress Scale) nýtt fyri at meta um sálarheilsuna
Klagan til TV2. Hvat kann gerast. Upplivdi illveðrið í 1932, ið beindi fyri formanni í FF. Livravirkið á Eiði. Frásøgn hjá Andrew Godtfred:
Nr. 323 Hósdagur 5. august 2004 12,- Síða 13 Livravirkið á Eiði Nýggj roynd at gagnnýta livrina og aðrar úrdráttir. Vit hava verið á Eiði og hitt virkisleiðaran Onnu Katrin Matras. Síða 9 Frásøgn hjá Andrew
Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland
Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland I medfør af 41, stk. 6, 53, stk. 8, og 95 i lov om arbejdsløshedsforsikring m.v., jf. lovbekendtgørelse
Álit um stýrisskipanarviðurskifti Føroya
Álit um stýrisskipanarviðurskifti Føroya Álit um stýrisskipanarviðurskifti Føroya Álit frá nevndini, landsstýrið setti 1. apríl 1993, at kanna stýrisskipanarviðurskifti Føroya. Sjúrður Rasmussen, adv.
(Uppskot til) Løgtingslóg um djóravælferð (Djóravælferðarlógin) Kapittul 1 Almennar ásetingar
(Uppskot til) Løgtingslóg um djóravælferð (Djóravælferðarlógin) Kapittul 1 Almennar ásetingar 1. Lógin hevur til endamáls at fremja djóravælferð, djóravernd og virðing fyri tomum sum villum djórum. 2.
Almannastovan. Almannastovan. Skjal 11. Dagur J. nr I. Almanna- & Heilsumálastýrið Fyrisitingardeildin Eirargarður Tórshavn
Skjal 11 Dagur 28-11-99 J. nr. 95.50.I Almanna- & Heilsumálastýrið Fyrisitingardeildin Eirargarður 2 100 Tórshavn Hjálagda tilfar verður við hesum sent til stýrið sum Almannastovunar viðmerkingar til ætlanirnar
Tine Færch Jørgensen. Til Trafik- og Byggestyrelsen
Tine Færch Jørgensen Fra: Per Henriksen Sendt: 16. november 2015 13:22 Til: ts Info Cc: Tine Færch Jørgensen Emne: Bemærkninger til udkast til gebyrbekendtgørelser for den civile luftfart
Løgtingið. Tórshavn, tann 7. mars 2016
U T T A N R Í K I S - OG V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð Løgtingið. Tórshavn, tann 7. mars 2016 Vmr. J.Nr.: 15/00029 Viðgjørt: SPS/JD Løgtingsmál nr. 91/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í anordning
Mikudagin TANN 15. apríl verður ráðstevna á Hotel Føroyum um multiresistentar bakteriur og antibiotikaresistens
Mikudagin TANN 15. apríl verður ráðstevna á Hotel Føroyum um multiresistentar bakteriur og antibiotikaresistens Átøkini, ið verða framd til tess at fyribyrgja spjaðing av MRSA (Methicillin resistente Staphylococcus
Sigurd fekk medalju fyri sigling í krígstíð í Íslandi
Síða 4 Ættarliðsskifti í Realinum Nr. 344 Hósdagur 9. juni 2005 12,- Mynd: Kristian M. Petersen Síða 9 Sigurd fekk medalju fyri sigling í krígstíð í Íslandi Sigurd Joensen sum umboðar FF við Johannu, fekk
Suðuroyar Sparikassi P/F
il Suðuroyar Sparikassi P/F Skrás.nr. / Reg.no 4122 Ársfrásøgn fyri 2011 / Årsrapport for 2011 Ársfrásøgnn er góðkend á aðalfundi tann / Årsrapporten er godkendt på generalforsamlingen den / - 2012 Fundarstjóri
Suðuroyar Sparikassi P/F
Fundarstjóri / Dirigent: / Årsrapporten er godkendt på generalforsamlingen den Ársfrásøgnin er góðkend á aðalfundi tann Skrás.nr. / Reg.no 4122 Ársfrásøgn fyri 2014 Innihaldsyvirlit / Indholdsfortegnelse
Frágreiðing frá arbeiðsbólki, ið skal lýsa hvørji átøk kunnu gerast til tess at fyribyrgja at borgarar enda uttanfyri arbeiðsmarknaðin
27. april 2015 Mál: 13/00525-28 Viðgjørt: Jeanette E. Blaasvær Frágreiðing frá arbeiðsbólki, ið skal lýsa hvørji átøk kunnu gerast til tess at fyribyrgja at borgarar enda uttanfyri arbeiðsmarknaðin Í juni
Prísbók. Føroyar. Galdandi frá 1. november BankNordik P/F. Oknarvegur 5 - Postsmoga Tórshavn Føroyar. V-tal
Prísbók Føroyar Galdandi frá 1. november 2018 BankNordik P/F Oknarvegur 5 - Postsmoga 3048 110 Tórshavn Føroyar V-tal 322059 Innleiðing Um prísbókina Prísbókin inniheldur galdandi prísir hjá BankNordik.
DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál
DANSK 1-2-3 Danskt sum 1., 2. og 3. mál Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess Hvat halda føroyskir lærarar um danskt og undirvísing í donskum / Hvad synes færøske lærere om dansk og danskundervisningen?
Løgtingið. Tórshavn, tann 28. oktober 2015
Løgtingið. Tórshavn, tann 28. oktober 2015 Vmr. J.Nr.: 15/00029 Viðgjørt: SPS/JD Løgtingsmál nr. /2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg (vinnufelagalógin),
HEILSUMÁLARÁÐIÐ. Til: hoyringspartar
HEILSUMÁLARÁÐIÐ Til: hoyringspartar Tórshavn, 01.06.2011.2011 Mál: 09/00691-6262 Tygara skriv: Viðgjørt: JS Viðvíkjandi uppskoti til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lov om klage- og erstatningsadgang
