TILRÁÐING UM SKÚLAGONGDINA INNAN HANDILSYRKIÐ. Tilevnað av arbeiðsbólki settur av Yrkisútbúgvingarráðnum

Relaterede dokumenter
Síða 1 av 7. Inngangur

MERKANTIL HG. Erhvervsuddannelsen KHS.DK/MERKANTILUNGDOM. DIN VEJ TIL ET GODT JOB INDEN FOR Butik - Handel - Kontor - Finans.

Inden for de merkantile uddannelser er eleverne yngst inden for detailhandelsuddannelsen og ældst inden for kontoruddannelsen.

Under arbejdet med kunngerðini er jeg blevet opmærksom på 3 områder i loven, jeg mener vi lige må tænke over en ekstra gang.

- Webundersøgelse, Fólkaskúlaráðið, oktober Fólkaskúlaráðið. Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på

Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar

Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding av elinnleggjarum

forbindelse med både ansættelse, ændring i ansættelsesforhold og ved afslutning af ansættelsen.

Merkantil HG VI ER JERES FREMTID LYNGVEJ KØGE TEL

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál. Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess

ÁRSFRÁGREIÐING.

Sagsøgeren har påstået sagsøgte dømt til at betale kr. med procesrente fra den 26. juni 2003, subsidiært procesrente fra den 22. april 2008.

Málsgongd Við skrivi, dagfest 12. desember 2008, sendi Mentamálaráðið soljóðandi uppsøgn til klagaran:

Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging

Løgtingið. Tórshavn, tann 24. februar 2009 Vmr J.Nr.:

Liðugfráboðan til eftirlits av Brunaávaringarskipan

Álit. viðvíkjandi. víðkan av føroysku útbúgvingarstuðulsskipanini til allar lesandi føroyingar uttanlands

Status på uddannelsesaftaler for årgang 2009

Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland

Givið út 30. mai 2017

TILMÆLI UM SKU LABYGNAÐ OG LÆRIUMSTØÐUR

Álit. viðvíkjandi klagu um manglandi svar upp á innlitsumbøn

Vegleiðing at dagføra GPS-kort. Tillukku við tínum keypi av GPS-korti. Kortið fevnir um Føroyar.

Skatta- og avgjaldsmál avgerðir

Klagan til TV2. Hvat kann gerast. Upplivdi illveðrið í 1932, ið beindi fyri formanni í FF. Livravirkið á Eiði. Frásøgn hjá Andrew Godtfred:

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

2. ÁRSFJÓRÐINGUR 2004 BLAÐ NR. 11 HAVNAR HANDVERKARAFELAG

Sáttmáli millum Føroya Tekniska Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið um arbeiðstíð og yvirtíð

Akademiútbúgvingin. Próvtøkan juni Føroya Handilsskúli

Børn og doyving Kunning til foreldur

Álit Viðvíkjandi klagu um vantandi fráboðan, grundgeving og kæruvegleiðing í avgerðum hjá TAKS

Heilsulýsing Landslæknans

Løgtingsmál nr. 84/2010: Uppskot tilríkislógartilmæli um gildiskomu í Føroyum av lóg um Fólkatingsumboðsmann. U p p s k o t. til

Løgtingsmál nr. 19/1998. Uppskot til ríkislógartilmæli um lov om videnskabsetisk komitésystem og behandling af biomedicinske forskningsprojekter

Alternativur flogvøllur í Føroyum.

Innihald INNGANGUR UM KANNINGINA UM BMI-KANNINGAR AV BØRNUM KANNING AV BMI HJÁ BØRNUM Í 1. FLOKKI...11

Fólkaheilsukanning Hvussu hevur tú tað 2015

Almannastovan. Almannastovan. Skjal 11. Dagur J. nr I. Almanna- & Heilsumálastýrið Fyrisitingardeildin Eirargarður Tórshavn

LØGMANSSKRIVSTOVAN LØGDEILDIN

Landsstýrismálanevndin hevur viðgjørt málið á fundum 30. oktober 2012, 22. januar, 21. mars og 11. apríl 2013.

Frágreiðing frá arbeiðsbólki, ið skal lýsa hvørji átøk kunnu gerast til tess at fyribyrgja at borgarar enda uttanfyri arbeiðsmarknaðin

Konference om affald på havet

Frágreiðing frá Skipaeftirlitinum um arbeiðsvanlukku umborð á Túgvusteini hin

Álit. vi víkjandi. ví kan av føroysku útbúgvingarstu ulsskipanini til allar lesandi føroyingar uttanlands

Marius smíðar bát í Íslandi. ALS 10 ár. Stór frásøgn frá hátíðarhaldinum. Bjarni Djurholm má steðgast og fiskimonnum má vera tryggjað rættindi.

Tilmæli. Førleikamenning tørvur og skipan. 17. desember. Fólkaskúlaráðið

Lærarafundur 8 sept. 2015

Tilmæli um serliga skipað miðnám sum heildartilboð til ung við serligum tørvi

Gamlar myndir úr Norðuroyggjum

Sigurd fekk medalju fyri sigling í krígstíð í Íslandi

Kanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum

Bekendtgørelse af overenskomst af 2. februar 2007 med Island om den maritime afgrænsning mellem Færøerne og Island

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

Grannskoðaraeftirlitið. Grannskoðaraeftirlitið. Ársfrágreiðing. Almannakunngjørd 23. juni 2017

hægri útbúgvingartilboð í Føroyum er tað møguligt? Hannes Gislason, Prof., PhD., deildarleiðari, Náttúruvísindadeildin

Blákrossheimið Ársfrágreiðing 2017

Heilsu- og innlendismálaráðið

Álit um stýrisskipanarviðurskifti Føroya

Løgtingsmál nr. 28/2005: Uppskot til samtyktar um norðurlendskan sáttmála um fólkayvirlit. Uppskot. til. samtyktar

Søgan um "Vesturhavið Blíða"

Fíggjarmálaráðið. Løgtingið Dagfesting: 7. februar 2018 Mál nr.: 17/ Málsviðgjørt: JEK

Á lit um. Gagnný tslu av Sku ladeplinum í Suðuroý

HEIMS MEISTARA KAPPING FYRI LÆRLINGAR

Løgtingsmál nr. 59/2014: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar

LØG M A N S S K R I V S T O V A N. P r i m e M i n i s t e r s O f f i c e

Álit. viðvíkjandi klagu um handfaringina hjá Hvalbiar kommunu av eini innlitsáheitan

Viðvíkjandi: P/f Tryggingarfelag Føroyar yvitekur virkisøkið frá P/f Trygd

BORNE- OG SOCIALMINISTERIET HEILSU- OG INNLENDISMÅLARÅDID. Felags yvirlysing i sambandi vid yvirtøku av målsøkinum "persons-, husf61ka- og arvarætti"

Álit viðvíkjandi klagum um starvssetanir í Suðuroyar musikkskúla. Við skrivi, dagfest 16. februar 2014 sendi A umboðsmanninum soljóðandi klagu:

Vegleiðing um krøv í løgtingslóg um tryggingarvirksemi til nevndarlimir og stjórnarlimir um førleika og heiðursemi (fit & proper)

UNDIRVÍSINGARÆTLAN ÍTRÓTTAEFTIRSKÚLIN Í SUÐUROY SKÚLAÁRIÐ

VIRKISÆTLAN. Frágreiðing og tilmæli um framtíðar elorkuskipanina í Føroyum

Endurskoðan av gymnasialu útbúgvingunum. Álit

Heilsu- og innlendismálaráðið

Vinnukærunevndin - avgerðir

ES-fyriskipanin um persónsdátuvernd

DOM. Under denne sag, der er anlagt den 16. august 2010, har sagsøgerne, A, B, C, D, E, F, H, I, J og K, nedlagt påstand om:

- i n f o Uddannelsesnævnet informerer 3 / september

P/F EIK BANKI YVIRI VIÐ STROND 2 POSTBOX TÓRSHAVN Føroyar

Løgtingsmál nr. xx/2008: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tænastumenn landsins. Uppskot. til

HEILSUMÁLARÁÐIÐ. Til: hoyringspartar


23 Uppskot til løgtingslóg um umskipan av Føroya Lívstrygging Skjal 2

SÁTTMÁLI MILLUM FARMAKONOMFORENINGEN OG FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ

Vaktætlan Vegleiðing í arbeiðsætlan

Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning Hvørja støðu hava føroyingar til javnstøðu millum kvinnur og menn í Føroyum

Arbeiðssetningur 3. september 2007

1. FORORÐ...2 ARBEIÐSSETNINGUR...2 LIMIR Í ARBEIÐSBÓLKINUM INNGANGUR...3

Skrá. Vælkomin Malan Johansen, orðstýrari. Talgildar Tænastur Durita Tausen, varastjóri á Gjaldstovuni

Integrasjónsálit INNLENDISMÁLARÁÐIÐ

Frágreiðing um grundlógararbeiði

Føroyskur saltfiskur væl umtóktur

Kunngerð. grannskoðaraváttanir v.m.

Kommunusamanlegging - hvat siga suðringar?

Uppskot. til. løgtingslóg um rættindi løntakaranna í sambandi við, at landsstýrið yvirtekur mál og málsøki frá ríkismyndugleikunum

Fullveldislandsstýrið

Námsferð 25. mai 5. juni 2017

Grannskoðaraeftirlitið. fghjklæøzxcvbnmqwertyuiopåasdfghj. Ársfrágreiðing og 2010

OVERENSKOMST FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ FARMAKONOMFORENINGEN MELLEM

Transkript:

TILRÁÐING UM SKÚLAGONGDINA INNAN HANDILSYRKIÐ Tilevnað av arbeiðsbólki settur av Yrkisútbúgvingarráðnum Latin Yrkisútbúgvingarráðnum í juni mánað 2006.

síða 2 av 9 Inngangur Til fundin í Yrkisútbúgvingarráðnum tann 23. juni 2004 varð soljóðandi upprit gjørt til ráðið um skúlagongdina hjá lærlingum innan handilsyrkið: Yrkisnevndaskrivarin heitir í skrivi dagfest 8. juni 2004 vegna yrkisnevndina innan skrivstovuyrkið og yrkisnevndina innan handilsyrkið á Yrkisútbúgvingarráðið um at taka upp hesi viðurskifti til umrøðu: 1) skúlagongdin hjá lærlingum innan handils- og skrivstovuyrkið, sum hava eina gymnasiala útbúgving, og 2) skúlagongdin innan handilsyrkið, sum fer fram í donskum skúla heldur enn í føroyskum. Tilmæli 1. Viðv. ad. 1): Í skrivinum verður sagt, at tá ið lærlingur hevur lokið eina gymnasiala útbúgving, er lærutíðin hjá handils- og skrivstovulærlingum 2 ár. Tó skulu tey, sum hava eina students-, HF- ella HT-próvtøku læra í 2 ár og 18 vikur. Hetta, tí at hesi ikki hava havt tær merkantilu lærugreinirnar, sum eru í FHS- og HH-útbúgvingini. Fyri at lúka krøvini til lokna yrkisútbúgving innan skrivstovu- ella handilsyrkið, skulu tey, ið hava nevndu gymnasialu útbúgvingar í lærutíðini taka hesar lærugreinir: virkisbúskap C, marknaðarførsla C, kunningartøkni C og eina av hesum vallærugreinum: vinnulívsrætt C, altjóðabúskap B, marknaðarførsla B, kunningartøkni B ella eina økislærugrein, sum í minsta lagi er 105 tímar. Lærlingur velur, um hann fylgir einum FHS flokki ella tekur lærugreinirnar á kvøldskúla. Í skrivinum frá yrkisnevndafyrisitingini verður mælt til, at eitt samanhangandi 18 vikur skeið verður skipað fyri hendan lærlingabólk. Tilmæli 2. Viðv. ad. 2): Í skrivinum verður sagt, at sum er taka allir lærlingar innan handilsyrkið skúlagongdina í donskum yrkisskúla. Upplýst verður, at 39 lærusáttmálar vóru góðkendir innan handilsyrkið í 2001, 43 í 2002 og 50 í 2003. Í skrivinum frá yrkisnevndafyrisitingini verður mælt til, at við so mikið stórari tilgongd av lærlingum innan hetta yrki, verður mælt til, at skúlagongdin innan handilsyrkið fer fram í føroyskum skúla.

síða 3 av 9 Á ráðsfundinum samtykti ráðið, at Yrkisdepilin setir ein arbeiðsbólk til at koma við einari tilráðing um nevndu viðurskifti. Í arbeiðsbólkin vóru hesi vald: Christina Nolsøe (Mentamálaráðið) Sonja Oyrabø Petersen og Finn Jensen (Føroya Handilsskúli) Rói Snorrason Niclasen (S&K) Tummas Hanus Dam (FAG) Skrivari: Petur Oluf Hansen (Yrkisdepilin) Í innkallingarskrivinum til limirnar í arbeiðsbólkinum hevði Yrkisdepilin soljóðandi Arbeiðssetning: a) Tilmæli 1: At koma við einari tilráðing um, um eitt samanhangandi 18 vikurs skeið kann skipast fyri lærlingar, sum hava eina students-, HF- ella HT-próvtøku. b) Tilmæli 2: At koma við einari tilráðing um, um skúlagongdin innan handilsyrkið kann fara fram í føroyskum skúla. c) Bólkurin eigur at grundað sína tilráðing við hagtølum um lærlingatilgongd v.m. og koma við uppskoti um, hvussu ein møgulig skipan við atliti at a) og b) kann gerast. Í innkallingarskrivinum var eisini nevnt, at ætlanin er, at arbeiðsbólkurin skal verða liðugur við sítt arbeiði 1. apríl 2006, og at tilráðingin síðani verður latin Yrkisútbúgvingarráðnum til viðgerar. Bólkurin hevur havt 7 fundir. Fyrsti fundur var tann 3. november 2005 og seinasti fundurin tann 29 mai 2006.

síða 4 av 9 Viðv. tilmæli 1: Kann eitt samanhangandi 18 vikur skeið skipast fyri lærlingar, sum hava eina students-, HF- ella HT-próvtøku? Føroya Handilsskúli upplýsir, at í tí flokkinum, sum er inni í løtuni (des-05), eru teir 14 lærlingarnir samansettir soleiðis: 1 hevur 10. fl. 3 hava FHS 2 hava student 7 hava HH 1 hevur TSÚ (teldustøðingaútb.) Yvirlit yvir tilgongdina av lærlingum innan fyrisiting, hvørs skúlagongd fer fram á Føroya Handilsskúla. Talvan vísir, hvørja útbúgving lærlingar hava, tá teir byrja í læru. Talva 1: Tal av lærlingum býttir út á tíðarskeið og hvørja útbúgving lærlingarnir hava áðrenn læran byrjaði: árstal Fólkask. FHS STUD/HF HH hd/tsú v.m. tils. 2000 1 1 2 2001 7 6 5 18 2002 5 8 10 4 27 2003 3 5 14 1 23 2004 3 4 5 14 2 28 2005 1 2 1 5 9 tils. 5 22 25 48 7 107 Talva 2: Tava 1 í % árstal Fólkask. FHS STUD/HF HH hd/tsú v.m. tils. 2000 50% 50% 0% 0% 0% 100% 2001 0% 39% 33% 28% 0% 100% 2002 0% 19% 30% 37% 15% 100% 2003 0% 13% 22% 61% 4% 100% 2004 11% 14% 18% 50% 7% 100% 2005 11% 22% 11% 56% 0% 100% tils. 5% 21% 23% 45% 7% 100% Sum framgongur av talvini omanfyri, hevur ein størri og størri partur av teimum, sum fara í læru innan fyrisiting eina HH-útbúgving (frá 0% ár 2000 upp á 56% ár 2005). Og ein minni og minni partur við FHS-útbúgving (frá 50% ár 2000 niður á 22% ár 2005).

síða 5 av 9 Linjukurvin vísir, at í 2001 er eins nógvir lærlingar við FHS-, STUD/HF- og HHútbúgving. Eftir hetta økist talið av teimum, sum hava HH-útbúgving, meðan tey við FHS ella STUD/HF-útbúgving fækkast. Talva 2: Linjukurv við tølunum frá talvu 1 70% 60% HH 50% 40% 30% 20% 10% 0% 2000 2001 2002 2003 2004 2005 FHS Stud. FHS Stud./hf HH Arbeiðsbólkurin er samdur um: at tað ikki er so skilagott at skipa eina felags undirvísing fyri lærlingar við einari ikki-merkantilari gymnasialari útbúgving og sum tí skulu taka tær 4 áðurnevndu merkantilu lærugreinirnar í FHS- og HH-útbúgvingini. At bólkurin ikki tekur undir við hesum er, at hesir lærlingar fyri tað fyrsta ikki eru so nógvir í tali, at hesir hava so ymiskar fortreytir og at teir harumframt koma frá so ymsum plássum í landinum. Mælt verður til, at skúlin ístaðin frá byrjan av leggur eina undirvísingarætlan fyri hvønn av hesum lærlingum í samsvari við tann persónliga tørvin hjá tí einstaka.

síða 6 av 9 Viðv. tilmæli 2: Kann skúlagongdin innan handilsyrkið fara fram í føroyskum skúla? Tilgongdin av lærlingum innan handils- og skrivstovuyrkið tíðarskeiðið 1998 2005, herundir serliga við atliti at handilsyrkinum (heilsøla og smásøla): Øki 1998 1999 2000 2001 2002 2003 2004 2005 Heilsøla 8 7 12 9 12 22 11 10 Smásøla 16 27 33 25 29 25 23 31 Skrivstova 18 35 39 45 53 35 34 17 Tilsamans 42 69 85 77 94 82 68 58 Útgreining av 2005: Heilsøla (engros): søla og tænasta... 9 logostik 1 Smásøla (detail): Blómuprýði... 1 Foto... 1 Material... 1 Søla... 28 Skrivstova: Ferðavinna 1 Fyrisiting 15 Speditión & shipping 1

síða 7 av 9 Danska skipanin Skúlaskipanin innan tað merkantila yrkisútbúgvingarøkið í Danmark er bygt upp soleiðis: Allar útbúgvingar eru savnaðar undir hvør sína útbúgvingarinngongd (íalt 8 inngongdir), harav alt tað merkantila økið er tann 8. inngongdin. Útbúgvingarnar innan hvørja inngongd byrja við einum sonevndum Grundforløbið. Tá lærlingur/næmingur hevur tikið grundforløbið, fer hann víðari til eitt sonevnt Hovedforløb. Innan merkantila økið eru 8 hovedforløb. Í myndini niðanfyri er bert víst 3 hovedforløb av teimum 8. Hvørt hovedforløb hevur fleiri ymisk Speciale. Hvørt speciali er aftur býtt upp í sonevnd Profil. Í myndini sæst, at specialini Handelsass., salg og Salgsass. m/profil eru býtt upp í fleiri profil. Grundforløb Hovedforløb Speciale Profil Det merkantile område 38-76 vikur Kontor med speciale Læra 4 ár Skúli 7 til 15 v. Detailhandel Læra 4 ár Skúli 4 til 14 v. Administration Advokatsekretær Lægesekretær Off. Administration Rejseliv Revision Spedition & shipping Økonomi Butiksmedhjælper Blomsterdekoratør Dekoratør Salgsassistent Salgsass. m/profil Salgsass. m/profil: Kolonial; Tekstil; Tekstil, herretøj; Tekstil, dametøj; Byggemarked, værktøj og beslag; Boghandel; Forbrugerelektronik; Farvehandel; Fotohandel; Guld, sølv og ure; Glas, porcelæn og gaveartikler; Legetøj og hobbyartikler; Materialhandel; Møbelhandel; Radio/tv og multimedier; Musik, video og software; Sko og læderartikler; Sport og fritid; Stormagasin; Nærbutik; Kapitalkædedrift. Handelsuddannelse Læra 4 ár Skúli 8 til 12 v. Handelsass., salg Handelsass., service Indkøbsassistent Logistikassistent Brancher i Handelsass., salg: auto, VVS, stål, træ- og byggematerialer, værktøj og værktøjsmaskiner, landbrugsmaskiner, manufaktur.

síða 8 av 9 Yvirlit yvir Struktur for hovedforløbet i detailhandelsuddannelsen í donsku undirvísingarskipanini innan handilsyrkið: Butiksmedhj. Salgsassistent Dekoratør Blomsterdek. praktik 1 år praktik 2 år praktik 2 år praktik 2 år m/ profil Bundne specialefag 4 uger 6 uger 8 uger 10 uger 14 uger Valgfri specialefag 0-4 uger 0-4 uger 0-4 uger 0-4 uger 0 Prøve/fagprøve 2 dage (0,4 uge) 1 uge 1 uge 1 uge 1 uge I alt (ekskl. påbygning) 4,4-8,4 uger 7-11 uger 9-13 uger 11-15 uger 15 uger Erhvervsrettet påbygning Lovbestemt mulighed for at virksomhed og elev kan aftale påbygning i op til 4 uger. Der kan vælges moduler, som er sammenhængende forløb af valgfri specialefag og opgaver i praktikvirksomheden. Studierettet påbygning Lovbestemt mulighed for at virksomhed og elev kan aftale studierettet påbygning af op til 1½ års varighed. Yrkisdepilin valdi í samráð við arbeiðsbólkin at heita á Ole Riis-Pedersen, sum er varaskúlastjóri á Handelsfagskolen í Odder, har teir flestu av føroysku lærlingarnir innan handilsyrkið taka sína skúlagongd, um at koma til Føroya at greiða bólkinum frá danska bygnaðinum. Ole Riis-Pedersen hevur nógvar royndir á økinum og er eisini við í nógvum verkætlanum, sum bæði skúlin og Kenslumálaráðið skipa fyri, tá ið ræður um handilsútbúgvingar. Ein frágreiðing varð gjørd av Ole Riis-Pedersen eftir vitjanina. Í fundarfrágreiðingini frá 7. fundinum hjá bólkinum verður soleiðis sagt: Frágreiðingin frá Ole Riis-Pedersen varð umrødd, og var bólkurin samdur um, at møguleikin til at skipa skúlapartin í handilsútbúgvingunum - serliga við atliti at fyrsta partinum smásøluyrkinum ikki letur seg gera, við tað at danir eru farnir yvir til eina nýggjan undirvísingarskipan.

síða 9 av 9 Hendan skipanin brýtur frá teirri gomlu, tá næmingarnir fingu eina grundleggjandi byrjan í øllum evnum, meðan nýggja undirvísingarskipanin savnar undirvísingina í modulum á tann hátt, at næmingarnir í modul 1 fáa undirvísing í evninum Kundestrøm, í modul 2 í Varestrøm, í modul 3 í Informationsstrøm og í modul 4 í evninum Pengestrøm. Í frágreiðingini frá Ole Riis-Pedersen verður sagt, at spurningurin um at taka fakligu royndina (yrkisroyndina) sum eina video-konferansu hevði verið umrøddur, tó varð eingin avgerð hesum viðvíkjandi nevnd. Fundurin varð samdur um at mæla soleiðis til: - Av tí at undirvísingin innan smásøluyrkið er broytt, soleiðis sum nevnt omanfyri, ber ikki til at leggja ein part av skúlagongdini innan hetta økið í Føroyum. - Hinvegin metir arbeiðsbólkurin, at best hevði verið, um øll skúlagongdin innan smásøluyrkið kundi ligið í Føroyum. Hetta hevði verið við til at menna og styrkja profilin á Føroya Handilsskúla og geva skúlanum og føroysku handilsvinnuni ein møguleika til at menna undirvísingina á økinum serliga við atliti at føroyskum viðurskiftum. Samanumtøka: Arbeiðsbólkurin er samdur um: - at tað ikki er so skilagott at skipa eina felags undirvísing fyri lærlingar við einari ikki-merkantilari gymnasialari útbúgving og sum tí skulu taka tær 4 áðurnevndu merkantilu lærugreinirnar í FHS- og HH-útbúgvingini. Grundgevingin fyri hesum er, at hesir lærlingar fyri tað fyrsta ikki eru so nógvir í tali, at hesir hava so ymiskar fortreytir og at teir harumframt koma frá ymsum plássum í landinum. Mælt verðir í staðin til, at skúlin frá byrjan av leggur eina individuella undirvísingarætlan fyri hvønn av hesum lærlingum í samsvari við tann persónliga tørvin hjá tí einstaka. - Av tí at undirvísingarskipanin í Danmark innan smásøluyrkið er broytt, ber ikki til at leggja ein part av skúlagongdini innan hetta økið í Føroyum. Grundgevingin fyri hesum er, at danir eru farnir yvir til eina nýggjan undirvísingarskipan. Hendan skipanin brýtur frá teirri gomlu, tá næmingarnir fingu undirvísing í somu evnum í øllum skúlaskeiðunum. Nýggja skipanin býtir evnini upp í 4 høvuðstema (modul). Til hvørt av teimum 4 skúlaskeiðunum á 2 vikur verður undirvíst í einum ávísum høvuðstema. - Arbeiðsbólkurin heldur, at best hevði verið, um øll skúlagongdin innan smásøluyrkið átti at ligið í Føroyum. Hetta hevði verið við til at menna og styrkja profilin á Føroya Handilsskúla og geva skúlanum og føroysku handilsvinnuni ein møguleika til at menna undirvísingina á økinum serliga við atliti at føroyskum viðurskiftum. Arbeiðsbólkurin metir seg hava útint arbeiðssetningin, sum honum varð álagt, og mælir loksins til, at Yrkisútbúgvingarráðið tekur upp spurningin um eina føroyska loysn viðvíkjandi skúlagongdini hjá lærlingunum innan handilsyrkið.