Løgmansskrivstovan. Løgtingsmál nr. 44/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lovbekendtgørelse om straffeloven (Kynslig brotsverk)

Relaterede dokumenter
Løgmansskrivstovan. Dagfesting: 15. desember 2016 Mál nr.: /16 Málsviðgjørt: GMN. Fylgiskjal 1. Javntekstur

Løgmansskrivstovan. Løgtingsmál nr. xx/201x: Uppskot til broyting í lovbekendtgørelse om straffeloven

Fíggjarmálaráðið. Løgtingið Dagfesting: 7. februar 2018 Mál nr.: 17/ Málsviðgjørt: JEK

Heilsu- og innlendismálaráðið

LØG M A N S S K R I V S T O V A N. P r i m e M i n i s t e r s O f f i c e

Heilsu- og innlendismálaráðið

Løgtingið. Tórshavn, tann 24. februar 2009 Vmr J.Nr.:

Løgmansskrivstovan. Løgtingið Dagfesting: 11. november 2016 Mál nr.: /16 Málsviðgjørt: GJ

Sagsøgeren har påstået sagsøgte dømt til at betale kr. med procesrente fra den 26. juni 2003, subsidiært procesrente fra den 22. april 2008.

Løgtingsmál nr. 59/2014: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar

Givið út 30. mai 2017

Uppskot til. ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar partar av broytingum í hjúnabandslógini og rættarvirknaðarlógini

Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging

Løgtingsmál nr. 84/2010: Uppskot tilríkislógartilmæli um gildiskomu í Føroyum av lóg um Fólkatingsumboðsmann. U p p s k o t. til

forbindelse med både ansættelse, ændring i ansættelsesforhold og ved afslutning af ansættelsen.

INNANHÝSIS. Uppskot til. Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af ændringslove til lov om luftfart

Uppskot. til. Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta soljóðandi uppskot til kongliga fyriskipan í gildi fyri Føroyar:

LØG M A N S S K R I V S T O V A N. P r i m e M i n i s t e r s O f f i c e

Løgtingið Tórshavn, tann 9.juni 2015 J.nr.: 12/ Løgtingsmál nr. / 2015: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar søloven

LØG M A N S S K R I V S T O V A N. P r i m e M i n i s t e r s O f f i c e

Løgmansskrivstovan. Dagfesting: 06. marts 2018 Mál nr.: /17 Málsviðgjørt: GMN. Fylgiskjal 1. Javntekstur

Uppskot. til. løgtingslóg um rættindi løntakaranna í sambandi við, at landsstýrið yvirtekur mál og málsøki frá ríkismyndugleikunum

Løgtingsmál nr. xx/2008: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tænastumenn landsins. Uppskot. til

Uppskot til. Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar

Løgtingið Argir, 29. februar Løgtingsmál nr. 70/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tollsatsir.

Løgtingið Tórshavn, tann 7. mars 2016 J.nr.: 15/00233

Dátueftirlitið Tinganes - Postboks Tórshavn Telefonnr:

Under arbejdet med kunngerðini er jeg blevet opmærksom på 3 områder i loven, jeg mener vi lige må tænke over en ekstra gang.

Heilsu- og innlendismálaráðið. Løgtingið Dagfesting: 02. nov Mál: 16/

Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland

LØGMANSSKRIVSTOVAN LØGDEILDIN

Løgtingsmál nr. xx/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt (dagstovnaráð og avtøka av kærurætti) Uppskot

Gamlar myndir úr Norðuroyggjum

Løgmansskrivstovan. Løgtingið Dagfesting: 16. februar 2017 Mál nr.: /16 Málsviðgjørt: GJ/NF

Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding av elinnleggjarum

V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð

Løgtingið 26. oktober 2017 Mál nr: 16/00009 Málsviðgjørt: JPP

V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð. Løgtingið Tórshavn, tann 1. desember 2014 Vmr. J.Nr.: 14/

Børn og doyving Kunning til foreldur

- Webundersøgelse, Fólkaskúlaráðið, oktober Fólkaskúlaráðið. Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på

Heilsu- og innlendismálaráðið

Mentamálaráðið. Løgtingið Dagfesting: Mál nr.: 16/ Málsviðgjørt: BB/TVR

Landsstýrismálanevndin hevur viðgjørt málið á fundum 30. oktober 2012, 22. januar, 21. mars og 11. apríl 2013.

INNLENDISMÁLARÁÐIÐ. Uppskot. til. ríkislógartilmæli um anordning om ikrafttrædelse for Færøerne af forskellige ændringslove til straffeloven

HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ

Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin. Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014

Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar

Uppskot. til. Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar soljóðandi lóg:

Konference om affald på havet

F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F F I N A N C E. Løgtingið

V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð

Endurskoðan av barnverndarlógini

Mentamálaráðið. Løgtingið Dagfesting: Mál nr.: 16/ Málsviðgjørt: BB/TVR

Løgtingsmál nr. 126/2007: Uppskot til løgtingslóg um havnir. Uppskot. til. løgtingslóg um havnir

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál. Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess

Samandráttur av øllum uppskotunum

Løgtingið Tórshavn, tann 3. mars 2015 VMR j.nr.: 15/00009 Viðgjørt: SPS

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F F I N A N C E. Løgtingið

ALMANNA- OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ

Bakstøði Ynski var: - At lýsa teir møguleikar og tær treytir eldri fólk í Føroyum hava fyri einum góðum lívi í eldri árum - At lýsa hvørji átøk kunnu

Heilsu- og innlendismálaráðið

Løgmansskrivstovan. Løgtingið Dagfesting: 21. desember 2016 Mál: 16/

Tinganes - Fo-100 Tórshavn Faroes Tel: (+298) Fax: (+298)

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ. Uppskot. til

Málsgongd Við skrivi, dagfest 12. desember 2008, sendi Mentamálaráðið soljóðandi uppsøgn til klagaran:

Løgtingið. Tórshavn, tann 7. mars 2016

Bygnaðarbroytingar, tænastumenn og grundgevingar

Løgmansskrivstovan. Løgtingið Dagfesting: 28. november 2018 Mál nr.: /16 NF

Vegleiðing um krøv í løgtingslóg um tryggingarvirksemi til nevndarlimir og stjórnarlimir um førleika og heiðursemi (fit & proper)

Javntekstur og lykil. Galdandi orðingar í ættleiðingarlógini samanbornar við broyttu orðingarnar í uppskotinum til ættleiðingarlógarlóg

Advokatskrivstovan Fr. Petersensgøta

Álit. Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 1., 10. og 15. desember 2015, 19., 21. og 26. januar, 9., 16., 23. og 25. februar, 1. og 7. mars 2016.

Tinganes - Fo-100 Tórshavn Faroes Tel: (+298) Fax: (+298)

Orðið eigur í føroyskari felagsverklóg 1

Føroya Arbeiðarafelag Felagslívstrygging

11. december (Indsendelsesbekendtgørelsen) Kapitel 1 Anvendelsesområde

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál

Álit. viðvíkjandi klagu um manglandi svar upp á innlitsumbøn

Leiðarans leiklutur og samskifti í broytingum

Heildarætlan um kynsligan ágang

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ. Løgtingsmál nr. 155/2009: Uppskot til løgtingslóg um útleigan av bústøðum (leigulógin) Uppskot. til

Klagan til TV2. Hvat kann gerast. Upplivdi illveðrið í 1932, ið beindi fyri formanni í FF. Livravirkið á Eiði. Frásøgn hjá Andrew Godtfred:

Kunngerð. grannskoðaraváttanir v.m.

Løgtingsmál nr. 115/2011: Uppskot til løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin) Uppskot. til. løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin)

Mikudagin TANN 15. apríl verður ráðstevna á Hotel Føroyum um multiresistentar bakteriur og antibiotikaresistens

Frágreiðing um barnaforsorg

Kanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum

LØGMANSSKRIVSTOVAN LÓGARTÆNASTAN. Rundskriv

(Uppskot til) Løgtingslóg um djóravælferð (Djóravælferðarlógin) Kapittul 1 Almennar ásetingar

Tórshavn 3. apríl Viðmerkingar til byggilógina v/petur Olsen

Álit. viðvíkjandi klagu um vantandi innlit í mál um keyp av heimasíðu hjá Kringvarpi Føroya

INNLENDISMÁLARÁÐIÐ. Uppskot til løgtingslóg um ítróttarvedding

Fólkaheilsukanning Hvussu hevur tú tað 2015

ABC fyri sálarliga heilsu. Hvat er ABC-ætlanin?

HEILSUMÁLARÁÐIÐ. Til: hoyringspartar

Havnar Arbeiðsmannafelag Føroya Arbeiðarafelag Felagslívstrygging. Havnar Arbeiðsmannafelag Føroya Arbeiðarafelag Felagslívstrygging

Transkript:

Løgmansskrivstovan Løgtingið Dagfesting: 15.12.2016 Mál nr.: 0617-002/16 Málsviðgjørt: GMN/Lógartænastan Løgtingsmál nr. 44/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lovbekendtgørelse om straffeloven (Kynslig brotsverk) Uppskot til Løgtingslóg um broyting í lovbekendtgørelse om straffeloven (Kynslig brotsverk) 1 Í lovbekendtgørelse nr. 215 af 24. juni 1939 om straffeloven, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 30 frá 30. apríl 2015, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Stytta heitið verður orðað soleiðis: (Revsilógin) 2. Í 93, stk. 3 verður 224 og 225 broytt til: 225. 3. 94, stk. 4 verður orðað soleiðis: Stk. 4. Fyri brot á 210 og 216-224, 225 sambært 216-224, 226, 227, stk. 1, 245 a, 246 sambært 245 a, 260, stk. 2 og 262 a, stk. 2 móti einum persóni undir 18 ár, ella á 232 móti einum barni undir 15 ár, verður fyrningarfreistin tó í fyrsta lagi roknað frá tí degi, at tann órættaði fyllir 21 ár. Sama er galdandi fyri brot á 244, 245 og 246, tá ið talan er um fosturtøku, fosturfækkan ella sterilisering móti einum persóni undir 18 ár uttan samtykki, um hetta ikki er heimilað í lóg. Um gerningsmaðurin við harðskapi, ólógligum tvingsli sambært 260 ella við aðrari revsiverdari gerð hevur tvingað tann órættaða til ikki at melda lógarbrotið til løgregluna, verður fyrningarfreistin tó í fyrsta lagi roknað frá tí løtu, at tvingsilin er hildin uppat. 4. 210 verður orðað soleiðis: 210. Tann, sum hevur samlegu við skyldfólk í fallandi legg, verður revsaður við fongsli í upp til 6 ár. Ættleiðing verður javnsett við biologiskan skyldskap. Stk. 2. Tann, sum hevur samlegu við bróður sín ella systur sína, verður 1

revsaður við fongsli í upp til 2 ár. Revsingin kann detta burtur hjá tí, sum er undir 18 ár. Stk. 3. Ásetingarnar í stk. 1 og 2 galda eisini fyri aðrar kynsligar gerðir enn samlegu. 5. Kapittul 24 verður orðaður soleiðis: Kapittul 24 Kynslig brotsverk Neyðtøka 216. Fyri neyðtøku verður tann revsaður við fongsli í upp til 8 ár, sum: 1) noyðir annan til samlegu við harðskapi ella hóttan um harðskap, ella 2) skaffar sær samlegu við at nýta annan ólógligan tvingsil, sambært 260, ella skaffar sær samlegu, har tann órættaði er í slíkum tilstandi ella slíkari støðu, at viðkomandi ikki er førur fyri at seta seg upp ímóti gerðini. Stk. 2. Fyri neyðtøku verður tann, sum hevur samlegu við barn undir 12 ár, revsaður við fongsli í upp til 12 ár. Stk. 3. Revsingin eftir stk. 1 kann vaksa upp í 12 ár, um neyðtøkan hevur verið serliga vandamikil, ella umstøðurnar aðramáta eru serliga skerpandi. Stk. 4. Tá ið revsingin verður ásett, skulu umstøðurnar vanliga roknast sum skerpandi, um tann órættaði hevur verið fyri menniskjahandli. 217. (Strikað). Misnýtsla o.a. 218. Tann, sum við at misnýta annans sálarsjúku ella sálarliga menningartarn skaffar sær samlegu við viðkomandi, verður revsaður við fongsli í upp til 4 ár. 219. Við fongsli í upp til 4 ár verður tann revsaður, sum: 1) starvast hjá revsiumsorganini og hevur samlegu við persón, sum hevur tilhald í einum av stovnunum hjá revsiumsorganini og er undir myndugleika hjá viðkomandi, 2) starvast hjá løgregluni og hevur samlegu við persón, sum er frælsisskerdur og í varðhaldi hjá løgregluni, ella 3) starvast á ella hevur eftirlit við samdøgursstovni ella tilhaldi hjá børnum og ungum, psykiatriskari deild, samdøgursstovni fyri persónar, ið bera víðfevnandi sálarlig brek, ella tílíkum stovni, og sum hevur samlegu við ein, sum er skrivaður inn á viðkomandi stovn. 220. Tann, sum við grovari misnýtslu av annans arbeiðsliga, fíggjarliga, viðgerðarliga ella røktarliga bundinskapi skaffar sær samlegu við viðkomandi, verður revsaður við fongsli í upp til 1 ár. Er tann órættaði undir 18 ár, er revsingin upp í 4 ár. 221. Við fongsli í upp til 4 ár verður tann revsaður, sum sníkir seg til samlegu við persón, sum heldur gerningsmaðurin er ein annar. Kynslig misnýtsla av børnum 222. Tann, sum hevur samlegu við barn undir 15 ár, verður dømdur í fongsul í upp til 8 ár, um ikki talan er um brot á 216, stk. 2. Stk. 2. Tá ið revsingin verður ásett, skulu umstøðurnar roknast sum skerpandi, um gerningsmaðurin hevur skaffað sær samlegu við at gera sær dælt av síni kropsligu ella sálarligu yvirvág. Stk. 3. Hevur gerningsmaðurin skaffað sær samlegu við tvingsli ella við hóttanum, kann revsingin vaksa upp í 12 ár. 223. Við fongsli í upp til 4 ár verður tann revsaður, sum hevur samlegu við persón undir 18 ár, og tann órættaði er stjúkbarn ella fosturbarn hjá viðkomandi, ella er litin honum upp í 2

hendur til undirvísingar ella uppalingar. Stk. 2. Sama revsing er fyri tann, sum grovliga misnýtir sína yvirvág í aldri ella royndum til at forføra ein persón undir 18 ár til samlegu. 223 a. (Strikað). 224. Tann, sum viðvirkar til, at persónur undir 18 ár fyri gjald ella lyfti um gjald hevur samlegu við kunda verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 6 ár. Stk. 2. Tann, ið, sum kundi fyri gjald ella lyfti um gjald hevur samlegu við persón undir 18 ár, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 2 ár. 225. Ásetingarnar í 216-224 galda eisini fyri aðrar kynsligar gerðir enn samlegu. 226. Tann, sum tekur pornografiskar myndir, filmar ella tílíkt av persóni undir 18 ár við tilætlan at selja ella aðramáta breiða út tilfarið, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 6 ár. 227. Tann, sum viðvirkar til, at persónur undir 18 ár er við í pornografiskari framførslu, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 6 ár. Stk. 2. Tann, ið sum áskoðari er til framførslu, nevnd í stk. 1, har persónur undir 18 ár er við, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 2 ár. 228. Brot á 216, stk. 1, nr. 2, 218 ella 222-224, 225 sambært 216, stk. 1, nr. 2, 218 ella 222-224, 226 ella 227, stk. 1, verða lutvíst linari revsað, um gerningsmaðurin av ókunnleika um tilstandin ella aldurin hjá tí órættaða ikki kann sigast at hava handlað tilætlað, men tó í ósketni. 229-231. (Strikaðar). Blúnisbrot 232. Tann, sum fremur blúnisbrot, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 2 ár. Er tann órættaði undir 15 ár, er revsingin sekt ella fongsul í upp til 4 ár. Prostitutión o.a. 233. Tann, sum rekur vinnu, við at annar fyri gjald ella lyfti um gjald hevur kynsligt samband við kunda, fremur ruffarí og verður revsaður við fongsli í upp til 4 ár. Stk. 2. Tann, sum aðramáta ger sær dælt av, at onkur við vinnuligum endamáli hevur kynsligt samband við kunda fyri gjald ella lyfti um gjald, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 3 ár. Sama er galdandi fyri tann, ið sum millummaður í fleiri endurtakandi førum ella við vinningi fyri eyga fremur, at annar fyri gjald ella lyfti um gjald hevur kynsligt samband við kunda. Stk. 3. Tann, sum leigar út rúm á gistingarhúsi, soleiðis at annar við vinnuligum endamáli har kann hava kynsligt samband við kunda fyri gjald ella lyfti um gjald, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 1 ár. 234. Tann, sum við ólógliga at skapa, styrkja ella gera sær dælt av villleiðing ella á annan ósømiligan hátt fær annan persón til fyri gjald ella lyfti um gjald at hava kynsligt samband við kunda, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 2 ár. 235. Við sekt verður tann revsaður, sum: 1) selur ella letur ónærisligar myndir, filmar ella lutir til persón, sum er undir 18 ár, ella 2) almannakunnger, breiðir út ella við slíkum ætlanum ger ella flytur inn pornografiskar myndir, filmar ella lutir, ella 3

3) skipar fyri pornografiskum framførslum. Barnapornografi 236. Tann, sum breiðir út pornografiskar myndir, filmar ella aðrar pornografiskar, visuellar endurgevingar ella tílíkt av persónum undir 18 ár, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 2 ár ella undir serliga skerpandi umstøðum við fongsli í upp til 6 ár. Sum serliga skerpandi umstøður eru av øllum at rokna umstøður, har vandi er fyri lívinum hjá barninum, har ið grovur harðskapur verður nýttur, har barnið fær álvarsaman skaða, ella umstøður, har ið talan er um regluliga ella skipaða útbreiðslu. Stk. 2. Tann, sum eigur ella keypir ella gjøgnum internetið ella tílíka skipan til at breiða út upplýsingar útvegar sær atgongd til myndir, filmar ella aðrar pornografiskar, visuellar endurgevingar ella tílíkt av persónum undir 18 ár, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 1 ár. Stk. 3. Ásetingin í stk. 2 er ikki galdandi fyri myndir, filmar ella tílíkt av persónum, sum eru fyltir 15 ár, og sum geva samtykki til, at ein kann hava tilfarið í hondum. Samtykkið kann altíð takast aftur. Dómsviðurskifti 236 a. Tá ið dømt verður eftir 216 ella 222, 223, stk. 2, 224, stk. 1, 225 sambært 216 ella 222, 223, stk. 2, ella 224, stk. 1, 228 sambært eini av áðurnevndu ásetingum, 232 ella 262 a, stk. 2, kann tann dømdi saman við dóminum fáa hesi forboð: 1) tilhaldsforboð, sum er forboð fyri at vera ella ferðast á einum neyvari ásettum øki við gerningsstaðið, 2) bústaðarforboð, sum er forboð fyri, uttan við loyvi frá løgregluni, at lata børn undir 18 ár halda til á bústaði sínum ella sjálvur at halda til hjá persónum, har sum børn undir 18 ár búgva, 3) vitjanarforboð, sum er forboð fyri at fáa vitjan av børnum undir 18 ár, tá ið ein vaksin ikki er við, ella 4) kontaktforboð, sum er forboð fyri gjøgnum internetið ella tílíka skipan til at breiða út upplýsingar at royna at fáa samband við børn undir 18 ár, ið ikki kenna tann dømda. Stk. 2. Forboð eftir stk. 1 fevnir ikki um samband, tilhald ella ferðing, sum tann dømdi av serligum orsøkum má metast at hava rætt til. Forboð eftir stk. 1, nr. 2 og 3 fevnir ikki um børn ella ættleidd børn hjá viðkomandi. Stk. 3. Forboð kann verða givið, tá ið tað eftir slagnum á lógarbrotinum og eftir upplýsingum um tann dømda, herímillum um áður framdan kriminalitet, má metast at vera nærliggjandi vandi fyri, at tann dømdi annars fer at gera líknandi lógarbrot, og forboðið kann vera við til at fyribyrgja hesum vanda. Stk. 4. Forboð verður sett at galda í 1 til 5 ár, frá tí at endaligur dómur er sagdur, ella tað verður sett at galda í óásetta tíð. Stk. 5. Forboð má ikki vera í misjavna við tað ólag, sum tað skapar hjá tí dømda, við fyrilitið fyri teimum, sum tað skal verja, ella við slagið á lógarbrotinum. Stk. 6. Tá ið forboð er sett at galda í óásetta tíð, kann tann dømdi aftan á 5 ár, roknað frá endaliga dóminum, krevja, at ákærumyndugleikin biður rættin taka støðu til, um forboðið skal standa við. Um serligar umstøður tala fyri tí, kann løgmálaráðharrin loyva, at málið verður lagt fyri rættin áðrenn hetta. 59, stk. 2 er samsvarandi galdandi. Avgerðin verður tikin við úrskurði. Verður avgjørt, at forboðið heilt ella lutvíst skal 4

standa við, kann tað leggjast fyri rættin av nýggjum, tó ikki fyrr enn 2 ár eru gingin. Stk. 7. Brot á forboð eftir stk. 1 verður revsað við fongsli í upp til 4 mánaðir. 6. 262 a verður orðað soleiðis: 262 a. Fyri menniskjahandil verður tann revsaður við fongsli í upp til 8 ár, sum útvegar, flytur, handar víðari, hýsir ella seinni tekur í móti einum persóni, tá tað er ella hevur verið brúkt 1) ólógligur tvingsil sambært 260, 2) frælsistøka sambært 261, 3) hóttanir sambært 266, 4) ólógligur háttur at skapa, styrkja ella gera sær dælt av villleiðing ella 5) annar ósømiligur háttur við tí í hyggju at misnýta viðkomandi til prostitutión, at taka upp pornografiskar myndir ella filmar, at vera við í pornografiskari framførslu, tvingsilsarbeiði, trælahald ella trælahaldslíknandi viðurskifti ella at taka burtur likamslutir. Stk. 2. Á sama hátt verður tann revsaður, sum við tí í hyggju at misnýta ein persón til prostitutión, at taka upp pornografiskar myndir ella filmar, at vera við í pornografiskari framførslu, tvingsilsarbeiði, trælahald ella trælahaldslíknandi viðurskifti ella at taka burtur likamslutir 1) útvegar, flytur, handar víðari, hýsir ella seinni tekur í móti einum persóni undir 18 ár ella 2) gevur peningaupphædd ella annan fyrimun fyri at fáa samtykki til misnýtsluna frá einum persóni, sum hevur myndugleika yvir órættaða, og tann, sum fær slíka peningaupphædd ella annan fyrimun. 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. mars 2017. 5

Kapittul 1. Almennar viðmerkingar Orsøkir til uppskotið Ásetingarnar í revsilógini um kynslig brotsverk hava sum høvuðsendamál at verja kynsliga frælsið og sjálvsavgerðarrættin hjá tí einstaka. Tað er týdningarmikið, at ásetingarnar eru tíðarhóskandi og samsvara við nútíðina. Seinastu árini hevur verið funnist at, at ásetingarnar í revsilógini um kynslig brotsverk ikki hava verið dagførdar, síðan økið kom á føroyskar hendur í 2009. Tað hevur serliga verið víst á, at tað er neyðugt at dagføra ásetingarnar um neyðtøku, misnýtslu av hjálparleysari støðu hjá órættaða og kynsligt samband við ættleidd børn. Tað hevur verið víst á, at tað er óheppið, at revsingin fyri ein persón, sum misnýtir óhjálpnu støðuna hjá einum persóni til at hava samlegu, er nógv styttri enn fyri neyðtøku. Somuleiðis er tað stoytandi og óhóskandi í einum nútíðarsamfelagi, at nøkur kynslig brotsverk ikki verða revsað, um tey verða framd innan hjúnalagið, ella at revsingin kann detta burtur, um partarnir seinni giftast. Eisini í sambandi við arbeiðið við Heildarætlanini viðvíkjandi harðskapi í parlagi og nærsambondum og Heildarætlanini um kynsligan ágang hevur fleiri ferðir verið víst á, at føroysku revsilógini tørvar dagføringar. Á regluligu hoyringunum í ST (UPR) hevur eisini verið funnist at ásetingini, har revsing í onkrum førum dettur burtur, um brotsverkið er framt innan hjúnalagið, og heitt hevur verið á Føroyar um at fáa hesi viðurskifti broytt. Undir aðalorðaskiftinum um Heildarætlanina um kynsligan ágang á vári 2015 varð staðiliga heitt á landsstýrið um at fáa dagført ásetingarnar um kynsligu brotsverkini sum skjótast. Á heysti 2015 samtykti Løgtingið at heita á landsstýrið um at dagføra og endurskoða revsilógina. Endamálið við hesum lógaruppskotinum er í fyrstu syftu at dagføra tann partin í revsilógini, sum er ásetingarnar um kynslig brotsverk, soleiðis at revsilógin á hesum øki verður meira tíðarhóskandi. Tað besta hevði verið at kunnað dagført og føroyskað alla revsilógina í einum, men hetta er tó rættiliga tíðarkrevjandi og mett verður ikki, at tað er rætt at bíða longri við at dagføra ásetingarnar um kynslig brotsverk. Við hesum er skjøtil settur á arbeiðið at føroyska revsilógina. Galdandi lóggáva Kapittul 24 í revsilógini um kynslig brotsverk fevnir í dag um ásetingar um kynslig sambond, sum eru komin í lag við tvingsli, misnýtslu ella øðrum, ásetingar um kynsliga misnýtslu av børnum, ruffarí, blúnisbrot, pornografi og barnapornografi. Talan er um sera ymiskar ásetingar um kynslig brotsverk. Neyðtøka og onnur kynslig misnýtsla Í galdandi revsilóg er kapittul 24 skipaður soleiðis, at ásetingarnar um neyðtøku ella aðra kynsliga misnýtslu eru í 216-221. Hesar ásetingar eru treytaðar av einum kravi um tvingsil ella misnýtslu, sum merkir, at kynsliga sambandið er komið í lag á ein slíkan hátt ella undir slíkum umstøðum, at órættaði ikki hevur givið eitt haldgott samtykki. Hesar ásetingarnar fevna um kynslig brot, har harðskapur, tvingsil og hóttanir hava verið nýttar, umframt kynslig brot, har ein serlig ella veik støða hjá órættaða verður misnýtt. 6

Í galdandi revsilóg verður við samlegu sum heild meint við vaginala samlegu millum mann og kvinnu. Annað kynsligt samband enn samlega er ásett í 224, meðan kynsligt samband millum tvey av sama kyni er ásett í 225. Tað skal vera orsakasamband millum harðskapsgerðina og samleguna, tað vil siga, at sjálv samlegan skal vera gjøgnumførd móti viljanum hjá órættaða. Tað skal vera tilætlan til øll lið í brotsgerðarevninum í 216. Av serligum týdningi í hesum samanhangi er, at um gerningsmaðurin ikki hevur skilt, at mótstøðan hjá órættaða er meint í álvara, so manglar tilætlan. Galdandi 216, stk. 2 verður einans nýtt, har neyðtøkan hevur verið serliga vandamikil, ella umstøðurnar í aðramáta eru serliga skerpandi. Hetta er tó altíð grundað á eina ítøkiliga meting. At fleiri viðurskifti skulu dømast samstundis, ella at gerningsmaðurin áður hevur gjørt líknandi brotsverk, er ikki í sjálvum sær nokk til, at skerpandi umstøður eru til staðar. Tað má gerast ein heildarmeting av málinum fyri at vita, um grundarlag er fyri at nýta skerpaðu revsirammuna. Um gerningsmaðurin hevur brúkt knív ella serliga vandamikið tak um hálsin, hevur neyðtøkan ofta verið serliga vandamikil. Sambært galdandi 217 verður tann revsaður, sum skaffar sær samlegu við at nýta annan ólógligan tvingsil. Henda ásetingin skal lesast í samanhangi við 216, tí eins og 216 brotsliggerð 217 tað at skaffa sær samlegu við tvingsli. Mátin, sum tvingsilin er framdur uppá, er tó minni álvarsamur enn tann tvingsil, sum er fevndur av 216, og revsiramman er tí eisini linari enn í 216. Sambært galdandi 224 vera ásetingarnar í 216-223 a nýttar samsvarandi í sambandi við annað kynsligt samband enn samlegu millum mann og kvinnu, og sambært galdandi 225 vera ásetingarnar í 216-220 og 222-223 a nýttar samsvarandi í sambandi við kynsligt samband millum tvey av sama kyni. 224 og 225 víðka sostatt ásetingarnar til eisini at fevna um aðrar kynsligar gerðir enn samlegu. Í galdandi 227 er ein áseting um, at revsing sambært 216-224 og 226 kann fella burtur, um partarnir, har kynsliga sambandið fór fram, seinni eru giftir við hvør øðrum. Kynslig misnýtsla av børnum Ásetingarnar um kynsliga misnýtslu av børnum eru í dag at finna í 222, 223 og 223 a. Í hesum ásetingunum er eitt fullkomið forboð fyri samlegu og øðrum kynsligum sambandi við børn undir 15 ár og við persónar undir 18 ár, sum hava eitt serligt samband við gerningsmannin. Hesar ásetingar eru galdandi uttan mun til, um ítøkilig misnýtsla er farin fram. Herumframt eru ásetingar um grova misnýtslu av yvirvág í aldri ella royndum í sambandi við, at ein persónur undir 18 ár verður forførdur til samlegu, og ásetingar um revsing fyri tann, ið, sum kundi móti gjaldi ella lyfti um gjald, hevur samlegu við persón undir 18 ár. Ruffarí o.a. Ásetingarnar um ruffarí og annað bakmansvirksemi í sambandi við prostitutión eru í dag í 228 og 229. Til hesar ásetingarnar er ein revsiskerpingarregla í 231. Í 233 er ein áseting um tann, sum eggjar ella innbjóðar til leysalevnað ella sýnir ein slíkan ósiðiligan livihátt, at hetta kann vera til ampa ella skapa alment forargilsi. 7

Blúnisbrot Í dag er áseting um blúnisbrot, sum er brot móti sømdarkensluni serstakliga í kynsligum sambandi, í 232. Dómsviðurskifti Sambært galdandi 236 kann ein persónur, sum verður dømdur fyri ávís kynslig brotsverk, áleggjast ymiskar treytir, so sum: 1) ikki at vera á ávísum støðum, 2) ikki at lata børn undir 18 ár vera í heiminum hjá persóninum uttan loyvi frá løgregluni, ella 3) ikki at halda til inni hjá persónum, har tað eru børn undir 18 ár. Brotsverk innan familjuna Eisini aðrastaðni enn í kapittuli 24 eru í dag ásetingar, sum hava týdning í sambandi við kynslig brotsverk. Her kann serstakliga nevnast 210, sum er um samlegu og aðrar kynsligar gerðir við biologisk børn ella systkin. Galdandi 210 inniheldur eitt fullkomið forboð fyri kynsligum sambandi millum skyldfólk í fallandi legg og millum systkin ella hálvsystkin. Fyrning Sambært galdandi revsilóg byrjar fyrningarfreistin fyri brot á 216-220, sum er neyðtøka, samlega við øðrum ólógligum tvingsli, misnýtsla av annans sálarsjúku o.a., misnýtsla av ymiskum størvum og grov misnýtsla av annans arbeiðsliga og fíggjarliga bundinskapi, og brot á 222 og 223, sum er samlega við barn undir 15 ár og samlega við ættleitt barn, stjúkbarn og fosturbarn, sum er millum 15 og 18 ár, ikki at renna, fyrrenn órættaði fyllur 18 ár. Endamálið við uppskotinum Uppskotið miðar ímóti at dagføra og nútímansgera ásetingarnar um kynslig brotsverk í kapittuli 24 í revsilógini. Tað hevur í stóran mun verið roynt at taka atlit at teimum atfinningum, sum hava verið frammi um hesar ásetingarnar tey síðstu árini. Samstundis eru ásetingarnar um kynslig brotsverk gjørdar greiðari. Nú kapittul 24 um kynslig brotsverk verður dagførdur, er lógarteksturin eisini umsettur til føroyskt. Hetta er fyrstu ferð, síðan revsilógin kom á føroyskar hendur, at ein partur av revsilógini verður umsettur til føroyskt. Í hesum sambandi hevur verið roynt at nýtað eitt mál, sum er lætt at lesa hjá vanliga borgaranum, og sum skal geva eina kenslu av, at tosað verður í eygnahædd. Samstundis hevur tað verið ógvuliga týðandi at varðveita tað nágreiniliga innihaldið í ásetingunum. Tað er týdningarmikið at varpa ljós á, at kapittulin snýr seg um rættin til kynsligan sjálvsavgerðarrætt og frælsi og ikki um brot ímóti siðalæruni. Kapittulin hevur tí heitið: Kynslig brotsverk í staðin fyri heitið: Siðamisbrot. Hetta er í samsvari við millum annað Kvinnurættindasáttmálan. Dentur er eisini lagdur á ikki at nýta niðrandi hugtøk og í størst møguligan mun ikki at nýta hugtøk, sum knýta seg til annað kynið. Av hesi orsøk verður orðið ruffarí brúkt í staðin fyri skøkjuhald ella skøkjuvinnu, sum beinleiðis er tengt at kvinnuligari prostitutión og sær burtur frá, at tað eisini finnast mannligir prostitueraðir. 8

Hesar máliskur hava verið umrøddar við málfrøðingar. Hinvegin er hildið fast í orðingina neyðtøka, hóast atfinningar hava verið ímóti hesum orði. Orðið neyðtøka er skylt við nørrøna orðið nauðgan, sum merkir noyðsla, tvingsil, og orðið nauðga, sum merkir noyða, tvinga. Orðið neyðtøka hevur verið í føroyska málinum í yvir 200 ár. Hetta orðið er kent í føroyska málinum, og merkingin sigur eins nógv og orðið Valdstøka. Av øðrum málsligum vali er valt at nýta orðið sekt í staðin fyri bót, sum hevur verið vanligt tey seinastu árini. Orsøkin er, at sekt er tað gamla føroyska orðið fyri bót og merkir júst tað sama. Á føroyskum er bót hinvegin nakað, man setur á buksurnar o.a., tá hol er komið á. Saman við broytingunum í revsilógini, er tað eisini neyðugt at gera fylgibroytingar í rættargangslógini. Rættargangslógin hevur leingi tørvað eina dagføring, og Løgmansskrivstovan hevur heitt á Løgmálaráðið um at gera eina heildardagføring av rættargangslógini. Í september í ár svaraði Løgmálaráðið, at tað er avgjørt at seta ein arbeiðsbólk at gera eina nýggja rættargangslóg. Ein tílík dagføring er ógvuliga umfatandi og fer væntandi at taka 2-3 ár. Samandráttur av nýskipanini við uppskotinum Uppskotið miðar ímóti at dagføra og nútímansgera ásetingarnar um kynslig brotsverk í kapittuli 24 í revsilógini, samstundis sum lógin skal vera løtt at lesa og í eygnahædd við borgaran, uttan at hetta skal ávirka neyvleikan í ásetingunum. Roynt hevur eisini verið í stóran mun at taka atlit at teimum atfinningum, sum hava verið frammi um hesar ásetingarnar tey síðstu árini. Samstundis eru ásetingarnar um kynslig brotsverk gjørdar greiðari. Broytingarnar í kapittuli 24 um kynslig brotsverk eru í høvuðsheitum hesar: 1) Kapittulin fær heitið Kynslig brotsverk 2) Reglurnar um neyðtøku í 216 verða víðkaðar til eisini at fevna um tað at skaffa sær samlegu við at nýta annan ólógligan tvingsil ella at skaffa sær samlegu, har tann órættaði er í eini slíkari støðu, at viðkomandi ikki er førur fyri at seta seg upp ímóti gerðini. Hesar ásetingar verða fluttar frá 217 og 218, stk. 2. Broytingin ber í sær, at hesar støður nú verða mettar sum beinleiðis neyðtøka, og at vanliga revsiramman fer úr fongsli í upp til 4 ár til fongsul í upp til 8 ár. Broytingin hevur eisini við sær, at brot innan hjúnalagið eisini verða fevnd av ásetingini. 3) Reglurnar um neyðtøku í 216 verða víðkaðar til eisini at fevna um at skaffa sær samlegu, har tann órættaði er í eini slíkari støðu, at viðkomandi ikki er førur fyri at seta seg upp ímóti gerðini. Hetta er ein nýggj áseting, sum áður varð mett eftir reglunum um blúnisbrot. 4) Samlega við barn undir 12 ár verður flutt frá 222 til 216 og verður frameftir altíð roknað sum neyðtøka. Revsiramman, sum longu er 12 ár, verður ikki broytt. 5) Ásetingin í 218 um misnýtslu av annans sálarsjúku ella sálarliga menningartarni fyri at skaffa sær samlegu, og ásetingin í 220 um grova misnýtslu av annans arbeiðsliga, fíggjarliga, viðgerðarliga ella røktarliga bundinskapi fyri at skaffa sær samlegu verða broyttar til eisini at fevna um brot innan hjúnalagið. 6) Galdandi 224 um annað kynsligt samband enn samlegu og galdandi 225 um kynsligt samband við ein persón av sama kyni verða lagdar saman í eina áseting í 225, sum viðvíkur øðrum kynsligum gerðum enn samlegu, og sum eru aðrar gerðir enn samlega uttan mun til, um tað er við hitt kynið ella sama kyn. Samstundis verður anal samlega partur av vanliga samlegu hugtakinum. 9

7) Í 224 er nýggj áseting um at viðvirka til, at ein persónur undir 18 ár fyri gjald ella lyfti um gjald, hevur samlegu við kunda. 8) Galdandi 230, 1. pkt. verður flutt til 226, samstundis sum greinin verður greiðari orðað, og revsiramman verður herd. 9) Galdandi 227 um revsiburturfall fyri brot á 216-226, um gerningsmaðurin og órættaði gifta seg, verður strikað. Samstundis verður í nýggjari 227 ásett, at tað er revsivert at viðvirka til, at persónur undir 18 ár er við í pornografiskari framførslu og at vera áskoðari til slíka framførslu. 10) Orðingin av 232 verður gjørd einfaldari, men ætlanin er ikki at gera nakra broyting í brotsgerðarinnihaldinum. 11) Í 233 verður sett inn áseting um ruffarí. Ásetingin kemur úr galdandi 228, stk. 1, nr. 3 og 229, stk. 1 og 2. Ásetingin í 229, stk. 3, 4 og 5 um, at ein maður, ið letur seg uppihalda av einari prostitueraðari kvinnu ella býr saman við henni, verður strikað, tí hesar ásetingarnar verða ikki longur mettar at vera í samsvari við nútíðar hugsan, umframt at verjuatlitini verða varðveitt í 233. Galdandi 233 um eggjan og innbjóðing til prostitutión og annað verður strikað. 12) Galdandi 234 um ónærisligar skriftir, myndir, lutir og annað verður flutt til 235. Í staðin verður 228, stk. 1, nr. 1 um tann, sum lokkar nakran til prostitutión, sett inn í 234, tó við nýggjari, greiðari og meira nútímans orðing. 13) Galdandi 234 verður flutt til 235, tó við onkrum broytingum og við meira nútímans orðingum. Ætlanin er ikki at loyva pornografi, men at laga ásetingarnar til nútímans samfelagið. Nágreinað verður, at talan skal vera um pornografiskt tilfar. Tað verður forboðið at selja myndir, filmar og lutir til persónar undir 18 ár. Skriftirnar verða tiknar út, bæði tí at tað er ógvuliga lætt at fáa fatur á tílíkum skriftum á alnótini, men eisini tí at tílíkt tilfar er blivið meira alment viðurkent og er at fáa í vanligum bókahandlum. Almennir fyrilestrar og framsýningar eru eisini tikin út, meðan tað er nágreinað, at pornografiskar framførslur eru forbodnar. 14) Undantak frá forboðnum fyri at eiga ella keypa myndir, filmar ella tílíkt av persónum undir 18 ár verður nágreinað, og staðfest verður, at undantakið bert er galdandi, so leingi persónur, sum er fyltur 15 ár, samtykkir til, at viðkomandi kann hava tilfarið í hondum. Tað vil eisini siga, at samtykkið altíð kann takast aftur. 15) Ásetingarnar um treytir í sambandi við dóm fyri ávís kynslig brotsverk verða dagførdar og gjørdar greiðari. Broytingar aðrastaðni í revsilógini eru í høvuðsheitum hesar: 1) Fyrningin fyri ymisk kynslig brot verður útsett, til órættaði fyllir 21 ár. Hetta er eisini galdandi fyri blúnisbrot framt móti einum barni undir 15 ár. 2) Ættleiðing verður javnsett við biologiskan skyldskap viðvíkjandi samlegu millum skyldfólk í fallandi legg. Ummæli og ummælisskjal Revsirættarliga ráðið Uppskotið hevur verið lagt fyri Revsirættarliga ráðið, sum hevur hesar limir: Nella Festirstein, deildarstjóri á Lógartænastuni á Løgmansskrivstovuni Henrik Møller, dómari 10

John Kølbæk, fúti Elkin Klettheyggj, Kriminalforsorgin Bárður Larsen, løgfrøðingur, Fróðskaparsetrið Jógvan Elias Winter Poulsen, advokatur Revsirættarliga ráðið hevur viðgjørt uppskotið. Ráðið ger vart við, at ymiskar broytingar eru neyðugar í rættargangslógini sum avleiðing av uppskotinum. Rættargangslógin hevur leingi tørvað eina dagføring, og Løgmansskrivstovan hevur heitt á Løgmálaráðið um at gera eina heildardagføring av rættargangslógini. Í september í ár svaraði Løgmálaráðið, at tað er avgjørt at seta ein arbeiðsbólk at gera eina nýggja rættargangslóg. Ein tílík dagføring er ógvuliga umfatandi og fer væntandi at taka 2-3 ár. Mett verður ikki, at tað er neyðugt at bíða við fyriliggjandi broytingunum í revsilógini. Broytingarnar í rættargangslógini kunnu koma seinni. Ummælisfundir Talan er um eitt sera viðkvæmt evni, har nógv fólk hava sterkar kenslur og ymiskar áskoðanir. Ynskiligt hevur tí verið at fáa lýst málið so væl, sum til ber, og tí varð avgjørt at innkalla ávísar partar til ummælisfundir umframt at uppskotið hevur ligið alment frammi á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni. Ummælisfundirnir hava sum heild verið sera gevandi. Møguleiki hevur verið fyri at hitta ymiskar bólkar andlit til andlits, og hetta hevur givið eitt sera gott innlit í hetta trupla økið. Hesi hava verið til ummælisfund: Amnesty International, Meginfelag teirra ið bera brek í Føroyum, Føroyskir sálarfrøðingar, Føroya advokatfelag, Kris og Stalking bólkurin. Hesi hava eisini fingið møguleika at ummæla uppskotið skrivliga. Ummæli annars Uppskotið varð sent til ummælis hjá: Føroya Rætti, Føroya Landfúta, Kriminalforsorgini, Mentamálaráðnum, Almannamálaráðnum, Heilsu- og innlendismálaráðnum, Kommunufelagnum, Barnaverndarstovu Føroya, Barnaumboðnum, Fróskaparsetur Føroya, Almannaverkinum, Gigni, Meginfelag teirra ið bera brek í Føroyum, Javna, Advokatfelag Føroya, Føroyskum sálarfrøðingum, Sosialráðgevarafelagnum, Føroya lærarafelag, Føroya pædagogfelag, Føroya politistafelag, Sig Frá, Amnesty International, Kris, Stalking bólkinum, Barnabata og Kvinnuhúsinum. Lógaruppskotið hevur eisini ligið alment frammi á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni. Hesi hava sent ummælisskriv: Føroya Rættur, Føroya Landfúti, Kriminalforsorgin, Mentamálaráðið, Almannamálaráðið, Heilsu- og innlendismálaráðið, Kommunufelagið, Barnaverndarstova Føroya, Meginfelag teirra ið bera brek í Føroyum, Føroyskir Sálarfrøðingar, Føroya Lærarafelag, Føroya Politistafelag, Amnesty International og Stalking bólkurin. Harumframt hevur Turið Debes Hentze, advokatur, sent ummælisskriv. Ummælisskrivini taka sum heild undir við lógaruppskotinum og fegnast um broytingarnar í revsilógini. Ummælisskrivini kunnu býtast í tríggjar bólkar. Ongar viðmerkingar til uppskotið: 11

Mentamálaráðið, Meginfelag teirra ið bera brek í Føroyum, Føroya Lærarafelag og Føroya Politistafelag fegnast øll um uppskotið og hava ikki aðrar viðmerkingar. Smærri viðmerkingar til uppskotið: Føroya Rættur hevur ongar viðmerkingar til ásetingarnar í lógaruppskotinum, men ger vart við, at broytingarnar krevja fylgibroytingar í rættargangslógini. Rættargangslógin hevur leingi tørvað eina dagføring, og Løgmansskrivstovan hevur heitt á Løgmálaráðið um at gera eina heildardagføring av rættargangslógini. Í september í ár svaraði Løgmálaráðið, at tað er avgjørt at seta ein arbeiðsbólk at gera eina nýggja rættargangslóg. Ein tílík dagføring er ógvuliga umfatandi og fer væntandi at taka 2-3 ár. Mett verður, at nevndu fylgibroytingar í rættargangslógini kunnu koma seinni. Føroya Landfúti hevur onkrar smærri viðmerkingar til orðingar av einstøkum greinum. Hetta er alt tikið til eftirtektar. Harafturat verður víst á týdningin av at tryggja sær, at Tilhaldslógin og Revsilógin fáa somu gildiskomu, soleiðis at ásetingin um tilhald í revsilógini ikki fer úr gildi, uttan at Tilhaldslógin samstundis verður sett í gildi. Hetta er tikið til eftirtektar, og broytingin at strika 265 og fylgibroytingin í 275 í revsilógini er tikin úr hesum uppskotinum og flutt til lógaruppskotið um Tilhaldslógina. Kriminalforsorgin hevur bert eina viðmerking, og tað er til heitið Brotsmálaumsorgin, sum teimum ikki dámar. Biðið verður um antin at varðveita heitið Kriminalforsorgin ella at finna annað heitið. Kriminalforsorgin er danska heitið á stovninum. Mett verður ikki at tað er rætt at nýta hetta, men hinvegin verður ásannað, at heitið: Brotsmálaumsorgin tykist rættiliga tungt. Eftir ráðum frá málfrøðingi er tí avgjørt ístaðin at nýta heitið: Revsiumsorgin. Uppskotið er broytt samsvarandi. Almannamálaráðið hevur eina málsliga rættleiðing til 219, nr. 3, har orðingin: persónar við ringum sálarbreki verður nýtt. Almannamálaráðið mælir til heldur at nýta orðingina: persónar, ið bera víðfevnandi sálarlig brek. Hetta er tikið til eftirtektar. Barnaverndarstova Føroya mælir til at broyta orðingina í 222, stk. 2: Tá revsingin verður ásett, skulu umstøðurnar roknast sum skerpandi, um gerningsmaðurin hevur skaffað sær samlegu við at gera sær dælt av síni kropsligu ella sálarligu yvirvág. 222 viðvíkur samlegu við barn undir 15 ár. Barnaverndarstovan metir at orðið: um er misvísandi og eigur at broytast til: at. Barnaverndarstovan ger vart við, at tá eitt vaksið fólk hevur kynsligt samband við eitt barn, er støðan altíð tann, at viðkomandi ger sær dælt av síni yvirvág. At nýta at hevði eisini samsvarað við danska tekstin. Til hetta er at siga, at danska at og føroyska um hevur somu meining. Tað skal viðmerkjast, at í sambandi við samlegu við barn undir 15 ár, ber tað ikki til at siga, at gerningsmaðurin altíð ger sær dælt av síni kropsligu ella sálarligu yvirvág. Í summum førum er órættaði og gerningsmaðurin um sama aldur, tað vil siga, at órættaði er til dømis 14 ár, og gerningsmaðurin er 15 ár. 12

Orðingin verður tí ikki broytt. Føroyskir Sálarfrøðingar vísa á, at kynslig brotsverk hava álvarsamar avleiðingar fyri tann órættaða og tey, ið varða av. Tí verður mett umráðandi, at tann órættaði fær møguleika fyri at fáa skjóta og fakliga væl grundaða sálarfrøðiliga hjálp, og at henda eigur at vera óheft av, um viðkomandi meldar tilburðin/tilburðirnar ella ikki. Hjálpin eigur eisini at vera smidlig, soleiðis at hon leggur upp fyri tørvinum hjá tí einstaka. Felagið mælir til, at økið verður umskipað soleiðis, at tey, ið dagliga kenna sálarfrøðiligu avleiðingarnar av kynsligum brotsverkum, og teirra avvarðandi fáa betri og skjótari hjálp. Á henda hátt kunnu samfelagsligu útreiðslurnar, ið standast av langtíðar sálarfrøðiligum trupulleikum, avmarkast. Fleiri viðmerkingar til uppskotið Har fleiri viðmerkingar eru til uppskotið, kunnu viðmerkingarnar bólkast í nakrar undirbólkar. Eigur revsilógin at dagførast nú? Kommunufelagið mælir til at steðga við ætlaðu broytingunum í revsilógini og í staðin raðfesta arbeiðið at gera eina heilt nýggja føroyska revsilóg. Til hetta er at siga, at tað er eitt ógvuliga drúgt arbeiði at gera eina heilt nýggja revsilóg. Hetta er eitt arbeiði, sum tekur nógv ár, júst tí at tilgongdin má leggjast neyvt til rættis, broytingar mugu umhugsast gjølla, og nógvir ymiskir myndugleikar og bólkar mugu taka lut í arbeiðnum. Løgtingið hevur í tingmáli nr. 16/2015 heitt á landsstýrið um at at dagføra kapittulin um kynslig brotsverk skjótast til ber, og mett verður tí ikki, at tað kann bíðast við hesum. Við hesum lógaruppskotinum verður ein kapittul í revsilógini nú dagførdur og føroyskaður. Arbeiðið er grundað á donsku lóggávuna og á danska álitið um kynslig brotsverk. Arbeiðið hevur verið gjørt í tøttum samstarvi við ymsar fakbólkar og áhugabólkar í Føroyum, umframt at tað hevur verið gjølla umhugsað, hvør málsligur stílur skuldi veljast. Uppskotið gevur Løgtinginum møguleika fyri at siga sína hugsan um, hvussu teimum dámar tann leist, sum uppskotið er gjørt eftir. Síðani kann støða takast til, hvussu arbeiðið við at føroyska restina av revsilógini skal fara fram. Rættargangslógin Amnesty International Føroya Deild og Turið Debes Hentze, advokatur og mediator vísa á, at í sambandi við broytingina í revsilógini er neyðugt at gera broytingar í rættargangslógini. Serliga verður víst á týdningin av, at ásetingarnar um hjásitara verða dagførdar, soleiðis at hesin møguleiki verður tøkur fyri fleiri lógarbrot sambært revsilógini, og at órættaði fær tilnevnt hjásitara beinanvegin í sambandi við kanningararbeiðið. Heilsu- og innlendismálaráðið ger vart við, at eftir donsku rættargangslógini er tað møguligt at varðhaldsfongsla tann, sum er ákærdur fyri kynsligan ágang, um roknast kann við, at viðkomandi kann verða dømdur treytaleysan dóm við fongsli í minst 60 dagar, og atlit at rættarverju krevur, at viðkomandi ikki gongur leysur. Heilsu- og innlendismálaráðið metir, at somu reglur eiga at verða settar í gildi fyri Føroyar. 13

Sum nevnt frammanfyri hevur rættargangslógini leingi tørvað eina dagføring, og Løgmansskrivstovan hevur heitt á Løgmálaráðið um at gera eina heildardagføring av rættargangslógini. Í september í ár svaraði Løgmálaráðið, at tað er avgjørt at seta ein arbeiðsbólk at gera eina nýggja rættargangslóg. Ein tílík dagføring er ógvuliga umfatandi og fer væntandi at taka 2-3 ár. Mett verður, at nevndu fylgibroytingar í rættargangslógini kunnu koma seinni. Annars kann verða víst á, at sambært lógaruppskotinum um nýggja tilhaldslóg, fer tað eisini at bera til at geva einum persóni, sum er undir illgruna fyri neyðtøku ella onnur kynslig brotsverk, tilhald ella uppihaldsforboð. Tað vil siga, at ein persónur kann fáa forboð fyri at leita upp ein annan persón fysiskt, munnliga ella skrivliga ella á annan hátt at seta seg í samband við ella at elta viðkomandi. Eisini kann persónurin fáa forboð fyri at vera ella ferðast á einum nærri tilskilaðum øki nærhendis bústaði, arbeiðsstaði, útbúgvingarstaði ella tilhaldsstaði hjá órættaða. Áseting um misnýtslu av sálarsjúku ella menningartarni Amnesty International Føroya Deild mælir til, at 218, sum er um misnýtslu av sálarsjúku ella menningartarni fyri at skaffa sær samlegu, eisini skal verða fevnd av 216. Amnesty International metir, at persónar, sum eru sálarsjúkir ella hava menningartarn, verða verri vard í lógini enn onnur offur. Til hetta er at siga, at her er talan um eina misskiljing. Persónar, sum eru sálarsjúkir ella hava menningartarn, og sum verða tvingaðir til samlegu, eru fevndir av 216, júst sum øll onnur, sum vera tvingað til samlegu. 218 fevnir um tey føri, har órættaði samtykkir til samlegu, men har gerningsmaðurin má sigast at misnýta støðuna til at skaffa sær samlegu. Revsiáseting í sambandi við neyðtøku Heilsu- og innlendismálaráðið og Amnesty International Føroya Deild gera vart við, at tað er óheppið, at tað í viðmerkingunum sæst, at tað vanliga verður mett sum ein skerpandi umstøða, tá talan er um álopsneyðtøku. Heilsu- og innlendismálaráðið og Amnesty International halda, at tað í viðmerkingunum eigur at verða nágreinað, at revsiáseting í neyðtøkumálum altíð eigur at verða gjørd út frá einari ítøkiligari meting. Til hetta er at siga, at tað í viðmerkingunum sæst greitt, at revsiásetingin í neyðtøkumálum altíð eigur at gerast út frá einari ítøkiligari meting. Viðmerkingin viðvíkjandi skerpandi umstøðum kann tó misskiljast, og hetta brotið verður tí strikað samsvarandi viðmerkingunum frá Heilsu- og innlendismálaráðnum og Amnesty International. Fyrningarfreist Heilsu- og innlendismálaráðið metir, at fyrningarfreistin fyri kynsligan ágang eigur at verða strikað, soleiðis at størri atlit verða tikin at órættaða enn at ákærda. Um fyrningarfreistin ikki verður strikað, verður mælt til at leingja fyrningarfreistina enn meira. Tað sama mælir Stalking bólkurin eisini til. Løgmansskrivstovan er ósamd í, at fyrningarfreistin eigur at strikast ella at leingjast enn meira. Rættarstøðan sambært hesum uppskotinum verður, at fyrningarfreistin fyri mál, sum snúgva seg um samlegu ella kynsligt samband við barn undir 15 ár er 10 ár, roknað frá tí 14

degi, at viðkomandi ( barnið ) fyllir 21 ár. Um talan er um grovar umstøður, ella barnið er undir 12 ár, er fyrningarfreistin 15 ár, roknað frá tí degi, at viðkomandi ( barnið ) fyllir 21 ár. Tað merkir, at fyrningarfreistin í minsta lagi er 16 ár og í mesta lagi 36 ár alt í mun til, nær lógarbrotið er framt. Hetta eru tær longstu fyrningarfreistirnar í revsilógini undantikið fyri dráp. Útgangsstøðið í okkara rættarskipan er, at eingin er sekur, áðrenn tað er prógvað. Hetta er fyri at tryggja, at ein ósekur ikki verður dømdur. Tað skal sostatt vera ein javnvág ímillum atlitini at, at ein sekur verður rættarsøktur, og atlitini at, at ein ósekur ikki verður dømdur. Í málum um kynslig brotsverk eru sjáldan onnur vitni til staðar enn órættaði og gerningsmaðurin. Um tilburðurin ikki verður meldaður beinanvegin, eru sjáldan nøkur teknisk prógv, og próvgrundarlagið er sostatt sera veikt. Í einum revsimáli er tað týdningarmikið at minnast til, at vitnisprógv frá órættaða ikki í sjálvum sær er nokk til at lyfta próvbyrðuna. Ákæran má undirbyggjast við øðrum vitnisfrásøgnum ella tekniskum prógvi. Tøl frá Føroya rætti frá 2000 til 2014 um kynslig brotsverk móti børnum undir 15 ár og børnum undir 18 ár, har talan var um blóðskemd, vísa, at av 57 dómum vóru bert teknisk prógv í einum máli 1. Tá rættarmál í so stóran mun er grundað á vitnisfrásagnir, er tað soleiðis, at longri tíð gongur, áðrenn meldað verður, verri verður tað eisini at lyfta próvbyrðuna. Hetta er ein trupulleiki bæði fyri tann, sum verður ákærdur fyri kynslig brotsverk, og fyri órættaða. Tann, sum verður ákærdur, fær trupulleikar at verja seg, og órættaði fær trupult við at prógva tilburðin. Hetta ger tað sjálvsagt eisini trupult hjá løgregluni at finna prógv, sum kunnu halda í rættinum, og sostatt verður tað eisini verri at fáa dóm í einum máli, longri tíð gongur, áðrenn tilburðurin verður meldaður. Um fyrningarfreistin verður longd enn meira ella strikað, er vandi fyri, at mál verða meldað upp aftur seinni við tí úrsliti, at tað ikki er møguligt at lyfta próvbyrðuna. Kynslig brotsverk móti børnum eru nøkur av teimum álvarsligastu brotunum sambært revsilógini. Hesum er tikið atlit at við at útseta fyrningina, til barnið er fylt 21 ár. Tað merkir, at hesi mál fyrnast ikki, fyrr enn órættaði er millum 31 og 36 ár. Harafturat vísir kanningin av 57 dómum frá Føroya rætti í tíðarskeiðnum 2000-2014, at kravið til próvbyrðuna í hesum málum er lækkað í mun til onnur mál 2. Hetta økir í sjálvum sær um vandan fyri, at skeivar avgerðir verða tiknar. Um fyrningarfreistin verður longd uppaftur meira ella heilt strikað, fer hetta at økja um vandan fyri skeivum avgerðum upp aftur meira. Hetta hevði verið ein stórur trupuleiki í mun til rættartrygdina og í mun til tær rættargrundreglur, sum stýra einum rættarsamfelagi. 1 Bjørk Maria Kunoy, Cand. Jur.: Bedømmelse af skyld i sædelighedssager vedrørende børn på Færøerne, Specialeafhandling, Københavns Universitet 2016 2 IBID 15

Hvussu løgreglan tekur sær av einum máli Heilsu- og innlendismálaráðið ger vart við, at tað í viðmerkingunum til lógaruppskotið eigur at verða nágreinað, at løgreglan, í mun til umstøðurnar, eigur at meta um, hvørt ein fráboðan um ein eldri tilburð um kynsligan ágang móti einum barni gevur høvi til at fara undir víðari kanningar av viðkomandi, sum er meldaður. Í sambandi við Heildarætlan um kynsligan ágang kom fram, at hetta ger løgreglan longu í dag. Hóast eitt mál, sum verður meldað, er fyrnað, so verður tað skrivað ein frágreiðing um málið. Løgreglan kallar eisini viðkomandi, sum er undir illgruna, inn til eina samrøðu, har tað verður gjørt greitt fyri hesum, at løgreglan kennir til málið og fer at gera skjótt av, um tey fáa vitan um nýggj mál. Stalking bólkurin vísir á, at tað kann taka ógvuliga langa tíð at koma í samband við løgregluna í sambandi við mál um kynsligan ágang móti børnum. Harafturat ger bólkurin vart við, at avhoyringarnar av barninum eiga at ganga fyri seg í tryggum umhvørvi og við kendum persónum. Harafturat er neyðugt við sálarfrøðiligari hjálp til órættaða og tey, ið varða av. Tann 1. januar 2014 byrjaði Barnahúsið at virka. Barnahúsið virkar sum karmur um tvørfakligt og samskipað samstarv millum barnaverndartænastur, løgreglu og heilsumyndugleikar í málum um kynsligan ágang og annan harðskap. Barnahúsið skal tryggja, at førleikarnir at taka sær av kynsligum ágangi og øðrum harðskapi móti børnum, eru savnaðir á einum staði. Endamálið er, at børnini skulu fáa eitt gott heildartilboð um hjálp og viðgerð á sama stað. Talan er um eitt trygt stað, har børnini kenna seg væl at koma, og har avvarðandi myndugleikar koma til barnið í staðin fyri, at barnið skal ferðast runt til ymiskar myndugleikar. Virksemið í Barnahúsinum fevnir um at avhoyra barnið og kanna, um tað hevur verið fyri kynsligum ágangi ella øðrum harðskapi. Harumframt fáa barnið og familjan kreppuhjálp og ráðgeving í Barnahúsinum. Sambært 45 í barnaverndarlógini skal eitt tílíkt mál kannast skjótast til ber. Hugtakið neyðtøka Stalking bólkurin mælir til, at hugtakið neyðtøka verður broytt til valdstøka, tí orðið neyðtøka er eyðmýkjandi fyri órættaða. Løgmansskrivstovan hevur fingið ein málfrøðing at greiða frá, hvat orðið neyðtøka merkir. Orðið neyðtøka er skylt við norrøna nauðgan 'noyðsla, tvingsil' og nauðga 'noyða, tvinga'. Sambært Móðurmálsorðabókini finst orðið nauðga framvegis í føroyskum sum neyðga, t.d. neyðga seg 'noyða seg (til eitt). Orðið neyðtøka hevur verið í føroyska málinum í meira enn 200 ár. Hildið verður tí fast við orðið neyðtøka. Kapittul 2. Avleiðingarnar av uppskotinum Fíggjarligar avleiðingar fyri land og kommunur Uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri land og kommunur. Umsitingaligar avleiðingar fyri land og kommunur Tað væntast ikki, at uppskotið hevur umsitingarligar avleiðingar fyri land og kommunur. 16

Avleiðingar fyri vinnuna Uppskotið hevur ongar avleiðingar fyri vinnuna. Avleiðingar fyri umhvørvið Uppskotið hevur ongar avleiðingar fyri umhvørvið. Avleiðingar fyri serstøk øki í landinum Uppskotið hevur ongar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum. Avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir Uppskotið hevur jaligar sosialar avleiðingar fyri einstaklingar, ið bera brek, við tað at hesi í sárbarum støðum verða betur vard móti misnýtslu. Sí annars viðmerkingarnar viðvíkjandi tvørgangandi millumtjóða sáttmálum. Uppskotið fær møguliga nakað av umsitingarligum avleiðingum fyri revsiumsorganina í Føroyum, av tí at uppskotið gevur fleiri møguleikar fyri at áseta dómstreytir. Talan er um ríkismyndugleikar, og tí hevur lógaruppskotið ikki beinleiðis avleiðingar fyri landið ella kommunurnar. Millumtjóðasáttmálar á økinum Tað eru ongir millumtjóðasáttmálar á økinum, ið lógaruppskotið fevnir um, og sum Føroyar hava skyldu at fylgja. Tvørgangandi millumtjóðasáttmálar Evropeiski mannarættindasáttmálin, EMRS Í sambandi við lógarbroytingina verður revsikarmurin í summum førum herdur. Hetta er galdandi í sambandi við: - At ættleidd børn frameftir verða javnsett við biologisk børn. - At samlega, har ólógligur tvingsil er brúktur, frameftir verður allýst sum neyðtøka. - At samlega, har órættaði er í eini slíkari støðu, at viðkomandi ikki er førur fyri at seta seg upp ímóti gerðini, frameftir verður allýst sum neyðtøka. Hetta kann hækka revsingina í sambandi við omanfyri nevndu lógarbrot. Inntrivið verður tó mett at standa mát við lógarbrotið. Av tí at revsikarmurin við skerpingini fer upp í 6 ár, verður eisini møguligt at gera inntriv í fráboðanarloyndina sambært kap. 70 a í rættargangslógini. Hetta er eitt inntriv í mun til grein 8 í EMRS um rættin til privatlív og familjulív. Inntrivið verður tó mett at standa mát við lógarbrotið, og inntrivið er sostatt í samsvari við undantakið í grein 8, stk. 2 í EMRS. Í lógaruppskotinum eru ásetingar um dómsviðurskifti. Í mun til galdandi lóg eru ásetingarnar nú settar greiðari upp, tey ymisku forboðini eru nágreinað, og ásett er, at forboðini ikki mugu vera í misjavna við tað ólag, sum tað skapar hjá tí dømda. Tað er eisini í nøkrum førum heimilað løgregluni at geva undantaksloyvi frá forboðunum. Hetta er í samsvari við grein 5 í EMRS. Sáttmáli Sameindu Tjóða um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek 17

Í 216, stk. 1, nr. 2 verður skotið upp, at tann, sum: skaffar sær samlegu, har tann órættaði er í slíkum tilstandi ella slíkari støðu, at viðkomandi ikki er førur fyri at seta seg upp ímóti gerðini, verður revsaður fyri neyðtøku. Hetta er ein nýggj áseting, sum til dømis tekur hædd fyri sárum støðum, har man fær hjálp við persónligum reinføri, og støðum, har man ikki fær vart seg, av tí at man er heilt ella partvíst kropsliga lammaður. Hetta er eitt stig á leiðini at betra um verjuna av einstaklingum, ið bera brek. Hetta er í samsvari við grein 16 í sáttmála Sameindu Tjóða um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, og sum er um at verja fólk, sum bera brek, fyri eyðræning, harðskapi og misnýtslu. Grein 16, stk. 1 ásetur, at: Limalondini skulu taka øll hóskandi lóggávulig, fyrisitingarlig, sosial, undirvísingarlig og onnur stig til at verja fólk, ið bera brek, bæði innanhýsis og uttanhýsis, fyri einari og hvørjari eyðræning, harðskapi og misnýtslu, og eisini viðurskiftum, sum viðvíkja kyni. Samstundis verður uppskotið eisini mett at vera í samsvari við grein 17 um sjálvræðisrættin hjá tí einstaka. Grein 17 ásetur, at: Ein og hvør, ið ber brek, hevur rætt til virðing fyri sínum likamliga og sálarliga sjálvræðisrætti (integriteti) á jøvnum føti við onnur. Í 218, sum er um revsing fyri misnýtslu av annans sálarsjúku ella sálarliga menningartarni, er galdandi áseting, um at hetta bert er revsivert uttan fyri hjúnalag, strikað. Tað vil siga, at misnýtsla av annans sálarsjúku ella sálarligum menningartarni frameftir eisini verður revsivert innan hjúnalagið. Hetta er í samsvari við grein 6, stk. 1, sum er um kvinnur, ið bera brek. Grein 6, stk. 1 ásetur, at: Limalondini viðurkenna, at konur og gentur, ið bera brek, eru fyri margmismuni og í hesum viðfangi skulu stig verða tikin at tryggja teimum fullgóða nýtslu av øllum mannarættindum og grundleggjandi frælsi á jøvnum føti við onnur. Nýggja orðingin av 218 verður eisini mett at vera í samsvari við grein 16 og 17, sum eru nevndar omanfyri. Í 220, sum er um grova misnýtslu fyri at skaffa sær samlegu, er viðgerðarligur og røktarligur bundinskapur tikin við. Hetta verður mett at vera í samsvari við grein 16 og 17, sum eru nevndar omanfyri. Aðrir sáttmálar Lógaruppskotið verður eisini mett at vera í samsvari við grein 3 og 6 í Kvinnurættindasáttmálanum (CEDAW) Lógaruppskotið hevur við sær, at revsilógin eftir hetta verður í samsvari við ásetingarnar í hesum sáttmálum, sum kunnu setast í gildi fyri Føroyar: - Europarådets konvention om beskyttelse af børn mod seksuel udnyttelse og seksuelt misbrug m.v. - Europarådets konvention til forebyggelse og bekæmpelse af vold mod kvinder og vold i hjemmet Marknaforðingar Marknaforðingar eru lógir, almennar reglur og siðvenjur, ið tarna flytføri hjá tí einstaka ella møguleikanum hjá fyritøkum at virka um landamørk í Norðurlondum. Marknaforðingar koma vanliga av, at lóggávan í londunum kring okkum og okkara lóggáva ikki er samskipaðar. Eru skipanirnar í londunum ikki samskipaðar, kunnu tað vera krøv í lóggávuni, sum hava við sær óhepnar og ótilætlaðar avleiðingar. 18