Tíðindi úr Føroyum tann Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Relaterede dokumenter
Sagsøgeren har påstået sagsøgte dømt til at betale kr. med procesrente fra den 26. juni 2003, subsidiært procesrente fra den 22. april 2008.

Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar

- Webundersøgelse, Fólkaskúlaráðið, oktober Fólkaskúlaráðið. Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på

Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál. Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess

Børn og doyving Kunning til foreldur

forbindelse med både ansættelse, ændring i ansættelsesforhold og ved afslutning af ansættelsen.

Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin. Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014

Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging

Sigurd fekk medalju fyri sigling í krígstíð í Íslandi

Klagan til TV2. Hvat kann gerast. Upplivdi illveðrið í 1932, ið beindi fyri formanni í FF. Livravirkið á Eiði. Frásøgn hjá Andrew Godtfred:

Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding av elinnleggjarum

Tíðindi úr Føroyum tann 27. Septembur Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Kirkjuligt Missiónsblað

Út á Fagranes, har 7 fiskimenn mistu lívið í 1927

Marius smíðar bát í Íslandi. ALS 10 ár. Stór frásøgn frá hátíðarhaldinum. Bjarni Djurholm má steðgast og fiskimonnum má vera tryggjað rættindi.


Aftaná eitt misálit Tað hjálpir einki bert at seta nýggjan landsstýrismann. Tað, sum ræður um, er ein fullkomilig umskipan av fiskimálaráðnum.

Søgan um "Vesturhavið Blíða"

Gamlar myndir úr Norðuroyggjum

Kirkjuligt Missiónsblað

Vegleiðing at dagføra GPS-kort. Tillukku við tínum keypi av GPS-korti. Kortið fevnir um Føroyar.

Mikudagin TANN 15. apríl verður ráðstevna á Hotel Føroyum um multiresistentar bakteriur og antibiotikaresistens

Kirkjuligt Missiónsblað

Ein livandi Kristus til ein doyggjandi heim

Minni um teir, sum sigldu og teir, sum doyðu undir krígnum Ferðin hjá "Johannu" eitt rimmar tiltak.

Kirkjuligt Missiónsblað

Tórshavn 3. apríl Viðmerkingar til byggilógina v/petur Olsen

Fólkaheilsukanning Hvussu hevur tú tað 2015

Heilsu- og innlendismálaráðið

Men størstur av teimum er kærleikin

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál

Heilsu- og innlendismálaráðið

Strongdkanning av limum hjá Starvsmannafelagnum. Gjørd av Fegin Ábyrgdari: Niclas Heri Jákupsson

Givið út 30. mai 2017

Frágreiðing frá Skipaeftirlitinum um arbeiðsvanlukku umborð á Túgvusteini hin

Landsstýrismálanevndin hevur viðgjørt málið á fundum 30. oktober 2012, 22. januar, 21. mars og 11. apríl 2013.

Fíggjarmálaráðið. Løgtingið Dagfesting: 7. februar 2018 Mál nr.: 17/ Málsviðgjørt: JEK

V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð

Enok maðurin, sum gekk við Gudi

Konference om affald på havet

Virksomheder bærer risiko ved handel i fremmed valuta

Løgtingið. Tórshavn, tann 24. februar 2009 Vmr J.Nr.:

Kr. 49,95 Í stóran mun eru tað tilflytarar, sum hava ment ferðavinnuna í Nólsoy. Ein avgjørdur høvuðspersónur er Tjóðhild Patursson

Veiðihagtøl fyri lunda Bergur Olsen og Jens-Kjeld Jensen

ATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN H71 - NEISTIN. Sunnudagin 28. september kl Hoyvíkshøllin

Uppskot. til. løgtingslóg um rættindi løntakaranna í sambandi við, at landsstýrið yvirtekur mál og málsøki frá ríkismyndugleikunum

HEVUR JESUS NAKRAN TÝDNING

Álit. viðvíkjandi. víðkan av føroysku útbúgvingarstuðulsskipanini til allar lesandi føroyingar uttanlands

Mest støðuga fiskavirkið er í Vági

Tíðindi úr Føroyum tann 18. okt Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Lívsins salt. Vit hava verið í Ibiza og hugt eftir saltframleiðslu. Neptun og Nólsoy

Skiparin sum virkaði sum tannlækni

Tíðindi úr Føroyum tann Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Laksur frá veiðu í Alaska til sølu av føroyingi í USA

ICES viðurkennir. Bjargingarroynd í Vágsbotni. Fiskaren vitjar FF. Bernhard 5. partur. Løgtingsins umboðsmaður setir kærarar í gapistokk.

Løgmansskrivstovan. Løgtingið Dagfesting: 11. november 2016 Mál nr.: /16 Málsviðgjørt: GJ

Álit um stýrisskipanarviðurskifti Føroya

Tine Færch Jørgensen. Til Trafik- og Byggestyrelsen

Blákrossheimið Ársfrágreiðing 2017

DOM. Under denne sag, der er anlagt den 16. august 2010, har sagsøgerne, A, B, C, D, E, F, H, I, J og K, nedlagt påstand om:

Kanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum

Orðið eigur í føroyskari felagsverklóg 1

Kommunusamanlegging - hvat siga suðringar?

LØGMANSSKRIVSTOVAN LØGDEILDIN

Málsgongd Við skrivi, dagfest 12. desember 2008, sendi Mentamálaráðið soljóðandi uppsøgn til klagaran:

Løgtingsmál nr. xx/2008: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tænastumenn landsins. Uppskot. til

Svenskur elitusvimjivenjari

Nr. 1 Februar árið

Tíðindi úr Føroyum tann 10. okt Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Bakstøði Ynski var: - At lýsa teir møguleikar og tær treytir eldri fólk í Føroyum hava fyri einum góðum lívi í eldri árum - At lýsa hvørji átøk kunnu

Jesus biður fyri okkum Joh. 17, 20-26

hægri útbúgvingartilboð í Føroyum er tað møguligt? Hannes Gislason, Prof., PhD., deildarleiðari, Náttúruvísindadeildin

Tíðindi úr Føroyum tann 6 nov Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Tíðindi úr Føroyum tann 16. okt Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Heilsulýsing Landslæknans

Fiskavirkislærlingar í Gøtu

samstarva At veita eina um skjóta hettar og tilboðið: goða viðgerð til kvinnur við burðartunglyndi.

Heilsu- og innlendismálaráðið. Løgtingið Dagfesting: 02. nov Mál: 16/

Vilja styrkja norðurlendsku fyrimyndina. Spennandi ferðatilboð. Tvørfaklig útbúgving. Privat er privat

Síða 1 av 7. Inngangur

Álit. viðvíkjandi klagu um manglandi svar upp á innlitsumbøn

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Tíðindi úr Føroyum tann Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

90 ár síðani skaðagrindina. í Sandvík

Føroyskur saltfiskur væl umtóktur

Leiðarans leiklutur og samskifti í broytingum

Álit. viðvíkjandi klagu um handfaringina hjá Hvalbiar kommunu av eini innlitsáheitan

Kvinnan við Sikarsbrunn Partur II Joh. 4, 1-43

HAVNAR KLUBBI oktober Endurgerð av minnisriti Havnar Klubba, tá hann fylti 160 ár.

Tíðindi úr Føroyum tann 23. okt Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Álit Viðvíkjandi klagu um vantandi fráboðan, grundgeving og kæruvegleiðing í avgerðum hjá TAKS

RULLANDI FISKI- LOYVIR GEVA FÁMANNA- VELDI

Løgtingsmál nr. 59/2014: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar

Námsferð 25. mai 5. juni 2017

Under arbejdet med kunngerðini er jeg blevet opmærksom på 3 områder i loven, jeg mener vi lige må tænke over en ekstra gang.

Ársins studentur. Áhugaverd frásøgn frá meslingagrindini, sum var í Gøtu í Vit hava myndir frá grindini, sum ikki fyrr hava verið alment kendar.

Tíðindi úr Føroyum tann 31. mars Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni.

Transkript:

Tíðindi úr Føroyum tann 29.12.16 Tíðindi til føroyingar uttanlanda stuðla av tí føroysku sjómanskirkjuni. Púrasta tikin á bóli av óveðrinum í kvøld 30.12.2016 (00:59) Fyri triðju ferð í eina viku, hevur skaðaveður herjað um stóran part av landinum. Men ímeðan báðar jólaódnirnar vórðu fráboðaðar frammanundan, so at fólk høvdu stundir at fyrireika seg, kom ódnin í kom óveðrið í kvøld fullkomiliga óvart á fólk, tí tað varð ikki fráboðað. Hann hevði boðað frá nógvum vindi upp í 23 metrar um sekundið, men nógva staðni hevur tað verið meiri enn tvær ferðir so strangt. Onkrastaðni hevur tað verið heilt upp í 62,7 metrar um sekundið og miðalvindurin heur verið 43,4 metrar um sekundið. Bjargingarfólk kring landið, vit hava tosað við, ásanna, at tey eru heilt tikin á bóli av storminum í kvøld, og tað sama siga tey á Strandferðsluni. Tey høvdu væntað nógvan vind, men ikki nakað, sum upp á nakran máta líkist tí, ið hevur verið. Á jólum ávaraði Strandferðslan í góðari tí um, at væntast kundu seinkingar og avlýsingar, tí veðurtíðindini vóru so vánalig. Men tað varð ikki gjørt í kvøld fyrrenn øll stóðu mitt í rokanum, tí veðrið varð nógvar ferðir verri, enn sagt varð. Nú er avhæsað aftur, tó at tað framvegis er nógvur vindur, yvir 30 metrar um sekundið nógvastaðni, og onkustaðni upp í 40. In.fo Fyrrverandi Maersk Supply Service-yvirmenn søkja arbeiði á Isle of Man Fyrrverandi yvirmen, ið hava mist arbeiðið sum avleiðing av umfatandi niðurskurðum í Maersk Supply Service, fáa nú møguleika at søkja starv í dótturfelagnum hjá Maersk Supply Service á Isle of Man. Men korini eru ikki longur tey somu. Tollaksmessudag varð ein teldupostur sendur út til øll tey raktu - skip og skipsførarar - við tilboði um at søkja starv undir Isle of Man flaggi í Maersk Offshore (Guernsey) Ltd.

DMMA arbeiðir í tøttum samstarvi við Maersk Supply Service um at finna nýtt arbeiði til uppsøgdu Maersk Supply Service yvirmenninar. Deildin mølir áhugaðum yvirmonnum til at søkja nýggju størvini skjótast møguligt. Fyri teir yvirmenninar, ið fáa starv hjá Maersk Offshore (Guernsey) Ltd, verður tað eitt farvæl til DIS, og vælkomin til ein nýggjan sáttmála við Nautilus International. Sáttmálin ber m.a. í sær, at lønin verður útgoldin sum bruttoløn í bretskum pundum, og teir, ið verða settir, skulu sjálvir syrgja fyri inngjaldi av skat, sosialari trygging, feriupengum v.m. Arbeiðstilboðini broyta ikki fráfaringar avtalur/tilboð, sum starvsfólk hjá MSS longu hava fingið. Arbeiðstilboðini eru eitt ískoyti. Kelda: DMMA/maritimedanmark.dk Antares.fo Viking Supply Ships flaggar út skip úr Danmark til Noregs Fýra skip hjá Viking Supply Ships verða flaggað um frá donskum til norskt flagg, skrivar CO- Søfart í eini fráboðan. Talan er um skipini Loke Viking, Njord Viking, Magne Viking og Brage Viking, sum flyta úr DIS til NOR í fyrsta ársfjórðingi 2017, og hetta verður gjørt fyri at savna ein størri part av flotanum hjá frálandsreiðarínum undir norskum flaggi. Í CO-Søfart harmast tey um umflaggingina, men rósa reiðarínum fyri ikki at siga manningunum upp, men flytir tær við yvir. "Vit í Dansk Metals Maritime Afdeling hava í eina tíð samskift við reiðaríið um tilgongdina. Og Viking Supply Ships skal hava rós fyri eisini í hesi støðuni at vera eitt ábyrgdarfult reiðarí, sum hugsar um starvsfólkið og ikki bara koyrir fólk til hús fyri at spara lønir," sigur Ole Philipsen, formaður í DMMA, í fráboðanini. Ítøkiliga merkir umflaggingin fyri starvsfólkini, at allir DIS-sáttmálar fara úr gildi, og at starvsfólkini ístaðin verða flutt til sáttmálar undir NOR. Á skattaøkinum merkir hetta fyri donsk sjófólk, at tey verða flutt til "sigling undir fremmandum flaggi." Kelda: shippingwatch.dk Antares.fo Ganga grýlu longu í januar 29.12.2016-17:20

Ásannast má at 2016 sum heild hevur roynst stak væl fyri fiski- og alivinnnuna, hóast óvissa kastar skuggar yvir framtíðar útlit, og vinnan stúrir fyri at ein hóttandi grýla skjótt fer at trína fram: uppboðssøla av øllum fiskirættindum. Ongantíð í søguni hava føroyingar sum nú havt viðgongd í útflutningi av fiskavørum, og 2016 stendur til at sláa øll met frá farnum árum. Tøl frá Hagstovu Føroya vísa at hesin útflutningur teir fyrstu 10 mánaðirnar í ár fór langt upp um tær 5,384 milliardir krónur í virði sum avskipað varð fyri tíðarskeiðið januar-oktober 2015. Talan er tilsamans um eina øking upp á 993 milliónir kr. fyri hetta 10-mánaða tíðarskeiðið í ár samanborið við í fjør. Av teimum 6,181 mia. kr. sum útflutt er fyri í januar-oktober 2016, stendur alifiskur næstan fyri helvtini, meðan uppsjóvarfiskur umboðar millum ein fjórðing og ein fimting, og botnfiskur íroknað flundrufisk millum ein fimting og ein sættapart; restin er annað, herundir skeljafiskur. Sjálvandi verður latið væl at innan tær vinnur ið hava staðið seg so væl. Lønirnar hava eisini verið góðar og greitt er at nógv avleitt virksemi er, og tað samlaða búskaparliga avkastið av øllum hesum er trivaligt. Hinvegin er óvissan í mun til tað vinnupolitiska umhvørvið samstundis vaksin til eina marru sum ikki kann annað enn spenna bein fyri langtíðar planlegging og forða fyri endurnýgging av fiskiflotanum. Ein sólskinssøga her er tó keypið hjá Framherja av nótaskipinum Torbas úr Noregi, sum kemur inn í flotan fyri Høgaberg. Talan er um nýggjasta skip í uppsjóvarflotanum, bygt fyri umleið tveimum árum síðani, optimerað til at fáa hægstu dygd, og hægsta prís, burtur úr makreli, nakað ið krevur atgongd til marknaðir sum Japan, har norðmenn leingi hava staðið sterkir. Les meira: http://www.fiskivinnan.com/2016/12/ganga-grylu-longu-i-januar.html#more Nordlysid.fo Bjørn spyr Poul um treytir til útlendsk flogfeløg 29.12.2016-01:59 Bjørn Kalsø, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, setir Poul Michelsen, landsstýrismanni í vinnumálum, skrivligan fyrispurning 52a, um útlendsk flogfeløg, sum fara at flúgva til og úr Føroyum Nú skal Poul Michelsen, landsstýrismaður greiða løgtinginum frá, hvørjar treytirnar eru, sum landsstýrið hevur sett útlendsku flogfeløgunum, sum í nýggja árinum eftir ætlan fara at flúgva til og úr Føroyum. Landsstýrismaðurin skal eisini greiða frá, hvørjar vónir hann hevur um, at treytirnar fara at verða hildnar, og hvørjar avleiðingarnar verða um treytirnar ikki verða fylgdar.

Í viðmerkingunum til fyrispurningin sigur Bjørn Kalsø, løgtingsmaður m.a., at tað fyri kortum frættist, at útlendsk flogfeløg hava søkt um loyvi at flúgva til og úr Føroyum. Seinni hevur landsstýrismaðurin á økinum boðað frá, at landsstýrið hevur givið hesi loyvi undir ávísum treytum, sum skulu tryggja javna kapping millum føroyska flogfelagið og útlendsku feløgini. Spurningurin er settur fyri at fáa greiðu á, hvørjar treytirnar eru, ið landsstýrið hevur sett, hvørt treytirnar eru bindandi - umframt at fáa greiðu á, hvørjar vónirnar hjá landsstýrismanninum eru fyri at treytirnar fara at verða hildnar, nú SAS hevur sagt upp avtaluna um Eurobonusskipanina, við Atlantic Airways. Spurningarnir til landsstýrismannin eru soljóðandi: 1. Hvørjar treytir hevur landsstýrið sett útlendskum flogfeløgum viðvíkjandi bonusskipanum o.ø. til tess at fáa loyvi at flúgva í rutuflúgving til og úr Føroyum? 2. Roknar landsstýrismaðurin við, at útlendsku flogfeløgini fara at halda treytirnar landsstýrið hevur sett? 3. Hvørjar verða avleiðingarnar, um ásettu treytirnar ikki fara at verða hildnar? 4. Hvørjar heimildir hevur landsstýrið at seta treytir við, tá loyvi verða givin útlendskum flogfeløgum at flúgva umvegis flogvøllin í Vágum? Sambandsflokkurin Nordlysid.fo Nú hevur løgreglan sett eina striku í sandin 29.12.2016 (13:11) Seinastu tíðina hevur løgreglan gjørt nógv burtur úr at vera til staðar í miðbýnum í Havn um næturnar um vikuskiftini. Endamálið við tí er at fyribyrgja harðskapi. Royndirnar av tí hava eisini verið góðar. Men medaljan hevur eisini havt sínar vansar, tí løgreglufólk hava áður sagt okkum, at tað hevur mestsum eitt rák tikið seg upp, har drukkin fólk eru ólátað ímóti løgreglufólkum, sum eru á gøtunum um næturnar. Í hesum sambandi kemur tað oftari og oftari fyri, at fólk rópa ókvæmisorð eftir løgregluni, rætta teimum longutong, vísa teimum berar afturpartin, pissa upp eftir løgreglubilum, ella stilla seg fyri, so at politibilurin ikki fær koyrt, ella annars blanda seg upp í arbeiðið hjá løgregluni upp á aðrar mátar.

Tað er ikki ókent hjá okkum, at tá ið vit tosa við eitt fólk á gøtuni, ella taka onkran, blanda vinfólk seg upp í, so at vit fáa ikki útint okkara arbeiði í friði, segði Absalon Áargarð, formaður í politistafelagnum, tá ið vit tosaðu við hann um hesi viðurskifti beint fyri jól. Og hann sigur, at nú eru tey samd um at seta eina striku í sandin og at lata tað fáa avleiðingar fyri tey, sum ikki geva løgreglufólkum náðir at útinna sítt arbeiði á gøtuni. Tað er ávísur atburður, vit ikki vilja góðtaka í okkara arbeiði, tí tað ger tað tórført hjá okkum at arbeiða, sigur hann. Tískil eru tey nú miðvíst farin at geva teimum bót, sum ikki geva løgreglufólkum náðir til at útinna sítt arbeiði. Ein greiður boðskapur frá løgregluni, er, at tá ið fólk fáa eini boð frá løgregluni um at halda seg burtur, tá ið løgreglan tosar við fólki, ella tekur, skulu tey akta boðini, og halda seg burtur, annars fáa tey bót, ella verða tey tikin sjálvi. Vanliga er bótin 600 krónur fyri gøtuófrið, og annað, men bótin kann annars vera bæði lægri og hægri, alt eftir, hvat lógarbrot, talan er um. Men bótin kann eisini hækka, gera somu fólk seg fleiri ferðir sek í lógarbrotum av hesum slagi. Tað er eisini avtalað við ákærumyndugleikan og Føroya Rætt, at freistin at rinda bótina, er rærttiliga stutt. Verður bótin ikki goldin beinanvegin, verða fólk drigin fyri Føroya Rætt, tí endamálið er at revsingin skal fella, ímeðan lógarbrotið enn er feskt í minninum á teimum, sum hava framt tey. Samanumtikið er talan um smámál, men tað darvar kortini løgregluni og tí halda vit, at nú noyðast vit at seta eina striku í sandin fyri at tálma slíkum atburði, sigur Absalon Áargarð. In.fo Níggju nýggir borgarstjórar 29.12.2016 (17:45) Eftir kommunuvalið 8. novembur eru tað níggju kommunur, sum fáa nýggjan borgarstjóra 1. januar. Í Fámjin eitur nýggi borgarstjórin Jóanis Lisberg. Hann tekur við eftir Eyðdis Ellendersen, sum ikki bleiv afturvald. Hon fekk líka nógvar atkvøður, sum seinast valdi bygdaráðslimurin, men tapti lutakastið. Í Hovi tekur Jónsvein Hovgaard við eftir Delmar Tausen. Fyri fýra árum síðani fekk Delmar Tausen eina atkvøðu meiri enn Jónsvein Højgaard, men í ár fekk Jónsvein Højgaard tó

tríggjar meiri enn borgarstjórin. Báðir hava tó mist nakrar atkvøður síðani seinasta val, Delmar Tausen fór úr 25 niður í 14 og Jónsvein Højgaard úr 24 niður í 17. Í Hvalba fer Trúgvi Gudmundarson frá og nývaldi Jógvan Thomsen, sum hevði eitt metval, er nýggjur borgarstjóri. Trúgvi Gudmundarson verður sitandi í bygdaráðnum. Brynhild Sørensen tekur við í Húsavíkar kommunu eftir Jákup Martin Sørensen. Hann stillaði upp aftur, men bleiv ikki afturvaldur. Í Kvívík eitur nýggi borgarstjórin Heri Müller. Dánjal Petur Müller, sum var borgarstjóri, stillaði ikki uppaftur. Í Hvannasundi avloysir ein kvinna eina kvinnu. Tað er Irdi Jacobsen, sum er nýggjur borgarstjóri. Katrin Næs var borgarstjóri, men stillaði ikki upp aftur. Støðan er tann sama í Vága kommunu, har Eyðdis Niclasen tekur við eftir Rósu Samuelsen. Rósa Samuelsen gjørdist toppskorari á valinum í ár, men listin hjá Eyðdis vann valið og tí endaði hon sum borgarstjóri. Í Sørvági tekur Aimé Jacobsen yvir eftir Suna Jacobsen. Eins og Rósa Samuelsen gjørdist Sune Jacobsen toppskorari á kommunuvalinum, men eisini har vann hin listin og tí gjørdist borgarstjórin ein annar. Og so var tað Havnin. Í annaðkvøld verður Annika Olsen vald til býráðsformann, meðan Heðin Mortensen má taka til takkar við einum leikluti sum vanligur býráðslimur. Her gjørdist Heðin Mortensen bæði toppskorari og Javnaðarflokkurin størsti flokkur, so formliga er hann fyrst valdur býráðslimur. Hann helt seg eisini hava gjørt eina avtalu við sitandi býráðssamgongu um at halda fram valnáttina, men dagin eftir leyp Fólkaflokkurin frá avtaluni og stovnaði samgongu við Tjóðveldinum og Framsókn. Fyrivarni skal takast fyri, at bygdaráðið í Fugloy ikki hevur skipað seg enn. Har gjørdist sitandi borgarstjóri Ammalia í Frammistovu, toppskorari, so væntandi verður hon borgarstjóri eisini komandi fýra árini. In.fo Ymiskt viðlíkahald skal gerast 29.12.2016 (21:24) Tað er serliga um summarið og um jóltíðir, at reiðarí velja at taka hond um skipini, sum annars eru í gongd alt árið. Um dagarnar varð trolarin, Sjúrðarberg hjá JFK Troli í Klaksvík, eisini tikin upp á bedingini hjá Mest í Havn.

Jógvan Hansen hjá JFK Troli sigur, at tað er vanligt viðlíkahald, sum skal gerast við skipið, áðrenn loyst verður aftur. Sjúrðarberg fiskar í Barentshavinum, men hevur ikki flakaverksmiðju. Umborð verður fiskurin kruvdur, avhøvdaður og frystur og seldur til víðari framleiðslu í fiskiídnaðinum á landi. Jógvan Hansen sigur, at einir 20-22 mans eru knýttir at virkseminum hjá Sjúrðarbergi, og hann veit eisini at siga, at ætlanin er at loysa fyrst í komandi ári. Tá verður farið upp í Barentshavið. - Um byrjað verður í norskum ella russiskum sjógvi, vita vit ikki í løtuni, sigur hann. In.fo - Tað hevur ikki verið veður at loysa 29.12.2016 (23:59) Ísfiskaskipini, Polarhav og Stjørnan, sum JFK Trol eigur, stóðu herfyri á bedingini hjá skipasmiðjuni Mest í Havn, har ymiskt viðlíkahald er gjørt. Tað eru nøkur ár síðan, at JFK Trol keypti skipini úr Leirvík. Tað vóru Osmund Justinussen og synir, sum áttu skipini, og meðan tey vóru heimahoyrandi í Leirvík, var skrokkurin reyður. Fyri eini tíð síðan skiftu Polarhav og Stjørnan lit. - Vit valdu at mála skipini í einari høll í Noregi. Skipsskrokkarnir vórðu nú málaðir svartir og yvirbygningurin hvítur. Hetta er líka sum liturin, ið JFK Trol hevur á flestu av sínum skipum, sigur Jógvan Hansen hjá JFK Troli. Polarhav og Stjørnan verða væntandi liðug á skipasmiðjuni Mest nú í endanum av vikuni, og ætlanin er at loysa so skjótt, sum veðrið verður betur. - Vanliga plaga skipini at loysa beint eftir jólahøgtíðina, men seinastu tíðina hevur veðrið verið so ólagaligt, at skipini høvdu ikki havt loyst kortini, um tey annars lógu klár at fara, sigur Jógvan Hansen. In.fo Heita á íslendsku stjórnina um at hjálpa Føroyum 29.12.2016-13:49 Íslendingar heita nú á íslendsku stjórnina um at veita Føroyum fíggjarligan stuðul, eftir at ódnin Urd gjørdi um seg um jóltíðir.

- Nú er tíðin komin, at vit íslendigar sýna Føroyum somu vælvild, ið teir hava sýnt okkum, stendur at lesa í uppslagnum á Facebook síðuni Færeyingar og Íslendingar eru frændur. Í uppslagnum verður verður víst á, at Føroyar hava fleiri ferðir áður veitt hjálp til Íslands, tá vanlukkur hava verið har, millum annað tá íslendski búskapurin rapaði í 2008, og tí er stundin komin, at íslendska stjórnin skal hjálpa, nú jólaillveðrið elvdi til 350 skaðar kring landið. Mbl.is skrivar, at tað eru tær báðar Addy Steinarrs og Rachel Sigurgeirdóttir, ið standa handan áheitanina, ið er send forsetanum og íslendsku tinglimunum. Portal.fo Nógvir vindskaðar fráboðaðir í kvøld 29.12.2016-22:40 Hvirlurnar eru øgiligar kring landið í kvøld, og skaðarnir eru eisini fleiri í tali. Sambært vakthavandi á løgreglustøðini í Havn vóru 15 fráboðanir um skaðar bert síðan klokkan 19, tá hann kom til arbeiðis. Formaðurin í Tvøroyrar Sløkkiliði visti eisini at siga, at bara á Tvøroyri vóru minst 10 størri og smáir skaðar, og at teir høvdu havt úr at gera seinnapartin og í kvøld. Oddur Dimon, sløkkiliðsleiðari á Tvøroyri greiður frá, at tað hava verið nakrar óhugnaliga hvassar hvirlur í miðbýnum á Tvøroyri í dag, og nakrar teirra gjørdu eisini stóran skaða. Millum annað varð eitt heilt bunti av brettum hjá Richard B. Thomsen Timburhandli lyft uppfrá og fór fúkandi niðan millum bygningarnar longur uppi. Men tíbetur hendi ongin skaði av hesum, annað enn at nøkur av brettunum fóru í smildur. Oddur greiðir eisini frá, at takið á goymsluni hjá T.F. Thomsen eisini varð lyft omanav, og eisini her var tað ótrúligt, at ongin størri skaði stóðst av hendingini, tí onkur takpláta feyk líka niðan móti Hotel Tvøroyri, uttan at raka nakran á veg niðan. - Tað hevur verið heilt øgiligar hvirlar her í dag, og onkur sigur at hetta er so nógvar ferðir verri enn í jólaódnini, sigur Oddur Dimon, sløkkiliðsleiðari. Oddur fortelur eisini, at tað heva verið hópin av øðrum smáskaðum kring býin, men tað er í høvuðsheitum kring miðbýin, at harðast hevur leikað á. Sambært vakthavandi á løgreglustøðini í Havn er tað sera ábart í Kollafirði í kvøld, tí har er tað ringasta ætt í løtuni. Portal.fo

Kaldbaksvegurin er nú opin fyri ferðslu aftur 29.12.2016-23:20 Nú er Kaldbaksvegurin opnaður fyri ferðslu aftur, upplýsir løgreglan á vanga sínum á Facebook. Vegurin varð stongdur umleið klokkan 21:30 í kvøld, av vanda fyri at bingjan sum var koppað av vindinum uppi á Sandvíkarhjalla, fór at fara boltandi oman á landsvegin. Og rætt var borið at, tí tað var júst tað sum hendi. Bert ein tíma seinni var helvtin av bingjuni tikin oman á landsvegin við vindinum, og so mátti berast skjótt at, við at fáa ruddað vegin, umframt at tryggja hina helvtina, sum enn stóð uppi á Sandvíkarhjalla. Nú er hetta arbeiðið liðugt, og vegurin er aftur opin fyri ferðslu. Portal.fo Landsstýrismaðurin má slaka 29.12.2016-14:44 Felagið Línuskip vil hava landsstýrismannin í fiskivinnumálum at sleppa kravinum um at allur fiskur av Flemish Kap skal bjóðast til sølu í Føroyum - Tað gevur ikki meining at krevja allan fiskin av Flemish Kap seldan á uppboðssølu í Føroyum. Tað sigur Felagið Línuskip, sum tí heitir á landsstýrismannin í fiskivinnumálum um at linka kravið um, at allur fiskurin skal til Føroya fyrst. - Slepp kravinum, og lat línuskipini og føroysku virkini sjálvi finna útav, hvat loysir seg at virka í Føroyum, og hvat loysir seg best at selja aðrar vegir, sigur Hálvdan Gudmundson, formaður í Felagnum Línuskip: Í ár høvdu línuskipini loyvi at fiska 2.336 tons og trolararnir 778 tons av toski á Flemish Kap. Nú línuskipini fáa alla kvotuna á Flemish Kap fyri 2017, fáa skipini stívliga 800 tons afturat. Ågot er longu áveg yvir á Flemish Kap. Hini línuskipini loysa væntandi 1. ella 2. januar. Kvf.fo

Dato: 30.12.2016. Modvaluta: DKK. Valutanavn WMR Australske dollar 512,74 Bulgarske leva 380,05 Brasilianske real 218,41 Canadiske dollar 525,50 Schweizerfranc 693,80 Kinesiske renminbi.yuan 102,30 Tjekkiske koruna 27,510 Euro 743,38 Britiske pund 871,02 Hong Kong dollar 91,73 Kuna 98,34 Ungarske forint 2,3940 Israelske new shekel 184,98 Indiske rupees 10,440 Japanske yen 6,0910 Mexicanske peso 34,390 Norske kroner 81,88 Newzealandske dollar 494,41 Polske zloty 168,40 Russiske rubel 11,760 Svenske kroner 77,79 Singapore dollar 490,69

Thailandske baht 19,780 Tyrkiske lira 201,39 US dollar 711,46 Sydafrikanske rand 52,020 Danskebank.dk Tá ein mamma biður Um henda drong bað eg, og Harrin veitti mær tað, sum eg bað um. 1. Sám. 1,27. Øll yvirgangsfólk hava einaferð verið børn. Tað hava allir trúboðarar eisini. Munurin liggur í ávirkanini hjá øðrum av foreldrunum. Sámuel profetur stóð á odda fyri Ísrael í 40 ár, og hann gav Dávidi kongi ráð í teimum mest týðandi avgerðunum; men hvør hevði størstu ávirkanina á lív hansara? Mamma hansara! Hoyr: Nú vil eg geva Harranum hann aftur, so hann kann tæna Harranum restina av ævi síni. 1. Sám. 1,28. So leingi, sum tú hevur børn tíni, skalt tú halda um tey, elska tey, ansa eftir teimum og læra og menna tey. Men minst til, tú ert ein tænari og eingin ognarmaður. Børn tíni hoyra Gudi til, ikki tær! Einaferð eru tey so vaksin, at tey fara frá tær. Síggj til, at tey hava eitt andaligt akker, tí tey fara at renna seg í mangar stormar í lívinum. Tú skalt ongantíð undirmeta ta styrkina, sum liggur í eini bøn, sum ein pápi ella mamma biðja vegna barn sítt. Hvør veit, hvussu mangar bønir beint nú verða svaraðar, tí at ein trúføst mamma áhaldandi hevur biðið í 10 ella 20 ár? Um tú í hesum rokmikla samfelagi ikki hevur stundir at biðja fyri børnum tínum, so hevur tú ov mikið at gera. Tað er einki, sum er meira serstakt og dýrabart enn tann tíðin, ein pápi ella mamma brúka at fara í bøn til Guds fyri børnum sínum. Tað er ikki ov seint fyri tað barnið, sum tú grætur um. Hugsa um Jesu móður, sum mátti síggja son sín krossfestan, men sum eisini fekk gleðina at síggja hann upprisnan frá deyðum. Tú kanst alt lívið á tamb grunda yvir, um bønir tínar nakrantíð verða svaraðar, men halt á at biðja. Tí Gud lurtar, tá ið ein mamma biður! et Ord til Dagen Effie Campbell umsetti Jesus4all.dk Andlát Sjúrður Dahl, ættaður av Oyri, búsitandi í Streymnesi, andaðist á Landssjúkrahúsinum 27. desembur, 69 ára gamal. Kvf.fo