Enok maðurin, sum gekk við Gudi Les ið: 1. Mós. 5,21-23; Hebr. 11,5-6 og Judas v. 1-1 UMSKIFTIÐ. Bíbliulesarar kenna helst Enok sum mannin, sum gekk saman við Gudi. Eitt umskifti kom í lívi Enoks, tá ið hann var 65 ár. Tá varð sonurin Metusalem borin í heim. Síðani gekk Enok við Gudi í 300 ár, til Gud tók hann til sín. Enok hevur helst givið soninum hetta navnið, fyri at hann altíð skuldi minnast tað, sum navnið talaði um. Metusalem merkir tá ið hann er deyður, kemur hann. Hvat var tað, Enok sá koma, sum fekk ein kollveltandi týdning fyri lív hansara, og sum gjørdi Enok til ein mann, sum prædikaði í 300 ár? Enok slapp at síggja tann dómin, sum fór at koma yvir jørðina vegna menniskjans óndskap. Boðskapur Enoks var: Harrin kemur at halda dóm, og menniskju mugu standa til svars fyri gerðir sínar. Tað, at Harrin hevði opinberað fyri Enoki, at Hann fór at koma, gjørdist leiðbeinandi fyri lív Enoks, tað gjørdist lívsinnihaldið hjá honum, og tað talaði hann um í samtíð síni. Vit liva í einari tíð, har vissan um afturkomu Jesusar er veikari enn fyri tveimum ættarliðum síðani. Kanska er ein partur av frágreiðingini tann, at mong kristin liva lítið himmalvend. Tað er neyvan nakað, sum virkar meir rannsakandi og uppvekjandi enn ein sterk vissa um, at Jesus kemur aftur, og at ein roknskapardagur bíðar eftir okkum øllum. 1
GUD ER HARRI YVIR DEYÐANUM. Eftir syndafallið er tað menniskjans lutur eina ferð at doyggja, og eftir tað er dómur. Øll doyggja vegna Ádam. Um allar persónarnar, sum verða nevndir undan Enoki í 1. Mós. 5, stendur hann doyði. Men tað er eitt undantak: Enok. Gud tók hann til sín, uttan at hann var noyddur at fara ígjøgnum deyðan. Soleiðis vildi Gud vísa longu tíðliga í søgu menniskjans, at hóast deyðin var komin inn í verðina við syndini, var Gud harri yvir deyðanum. Soleiðis talar burturferð Enoks frá hesari jørð profetiskt um Jesu sigur á deyðanum gjøgnum uppreisnina, og at deyðin bara er ein ferð yvir um til eina meira glæsiligari tilveru saman við Honum. GUD TÓK ENOK TIL SÍN. Um vit sammeta við hinar persónarnar á Enoks tíð, so varð Enok ryktur burtur í einum ungum aldri. Jared, pápi hansara, og Metusalem, sonurin, gjørdust 2,5 ferðir so gamlir sum Enok. Vit kundu hugsað, at Gud hevði brúk fyri Enoks lívi, vitnisburði og tænastu í einari tíð, sum var merkt av óndskapi og spillu. Men Gud tók hann til sín. Fyri okkum, sum síggja lívið úr okkara sjónarhorni, sum er so avmarkað, kann tað virka heilt høpisleyst, at menniskju, sum standa í einari týdningarmiklari tænastu fyri Gud, skulu doyggja so tíðliga. Burturferð Enoks var ikki ein syrgiligur endi á lívinum hjá einum gudsóttandi manni. Gud, sum arbeiðir eftir einum vísdómi, sum vit ikki altíð skilja, tók hann til sín. Tá ið Gud sær, at eitt menniskja hevur fullført ta ætlanina og uppgávuna, Gud hevur givið tí, fær tað hægri tign og verður lyft upp í dýrdina. VITNISBURÐURIN. Navnið Enok merkir vígdur. Og soleiðis livdi hann eisini. Enok fekk tann vitnisburð, at hann toknaðist Gudi. Samtíðarfólk Enoks hava helst eygleitt lív Enoks og givið honum góða umtalu. Tað er av stórum týdningi, at Guds fólk fáa góðan vitnisburð. Skriftin er full av áminningum um at liva eitt lív, sum samsvarar við evangeliið. Men menniskju síggja bara tað ytra, Gud hyggur at hjartanum og tí fjalda lívinum. Tí er Guds vitnisburður tann avgerandi. Tá ið Skriftin, sum er innblást av Guds Anda, sigur, at Enok toknaðist Gudi, so er tað Gud, sum sigur: Enok toknast mær. Tað er ein sterkur vitnisburður frá honum, sum hevur eygu sum eldslogar. TRÚGVIN. Tað var ikki av góðum gerningum hjá Enoki so týdningarmiklir teir enn eru at Enok toknaðist Gudi. Tað var ikki tað, sum fekk Gud at taka Enok til sín. Trúarkapitlið Hebr. 11 sigur: Við trúgv varð Enok tikin burtur. Men uttan trúgv er tað ómøguligt at toknast Gudi. Tað var ikki tað rættvísa og góða lívið hjá Enoki, sum førdi hann inn í himmalin, men trúgv hansara. Soleiðis er tað eisini við okkum. Tað er bara í trúnni á Kristus, at vit ein dag kunnu møta Honum í skýnum og verða rykt inn í himmalin. Sum tað er hvílandi fyri okkara bangna sinn, at tað ikki eru okkara avrik, sum føra okkum til málið í himli. Tað er bara Jesu fullgjørda frelsuverk. FYRIDØMIÐ. Skriftin sigur, at vit skulu minnast tey, sum undan okkum eru farin. Vit skulu hugsa aftur á tað farna, hvussu tey fólkini livdu og doyðu (ella um lut Enoks, hansara serligu útgongd úr hesum lívi) og fylgja trúgv teirra eftir. Tað liggur nógvur íblástur og lærdómur í søguni um Enok, maðurin, sum gekk saman við Gudi, vitnaði um Gud, og sum Gud tók til sín. Per Horntvedt Effie Campbell umsetti. 2
Andakt Hann, sum byrjaði í tykkum góðan gerning, vil fullføra hann alt til Jesu Krists dag. Fil. 1,6 Hvussu kundi Paulus vera so vissur? Í samkomuni í Filippi var so nógv innanhýsis stríð, at hann við sterkum orðum má eggja til semju. Var samkoman ikki ein livandi vitnisburður um, at Satan ikki vil lata okkum vera? Hava vit ikki sæð mong byrja væl, men sum bert hildu á stutta stund? Hvussu ber tað til, at Paulus hevur eitt slíkt álit? Hann setur Guð høgt. Hann, sum byrjaði, hann vil eisini fullføra. Júst í Filippibrævinum eggjar hann okkum at fylgja honum. Um Guð ikki hevði verið tann, sum leitaði upp og tann umfevnandi hirðin, hvussu mong okkara høvdu so verið goymd hjá honum til henda dag? Hann hevur sjálvur vald at varðveita dýrgripin, hann hevur litið tær til, og tú ert Guðs barn. Hann byrjaði við tær í náði, og hann vil halda fram við tær í náði. Hann frelsti teg, sum hjálparleysur var. Og hann væntar ikki, at tú verður annað enn eitt veikt og hjálparleyst barn, sum er bundið at honum. Einum barni mást tú taka tær av. Tað veit Guð betur enn nakar. Hann vil fullføra sín gerning. Hann vil gera tað alt til Jesu Krists dag. H.E. Nissen: Han er vor fred Sólvá Syderbø umsetti 3
Ársfundur Ársfundur Kirkjuliga Missiónsfelagsins verður í døgunum 25. 27. september í Missiónshúsinum við Landavegin í Tórshavn. Høvuðstalari verður Mikkel Vigilius bíbliuskúlalærari í Hillerød. Fríggjakvøldið Kl. 20 Møti við Mikkel Vigilius Leygardagin Kl. 10.00 Morgunkaffi Kl. 10.30 Bíbiltími við Mikkel Vigilius Kl. 12.00 Døgurði Kl. 14.00 Bíbiltími við Mikkel Vigilius Kl. 15.30 Steðgur Kl. 16.00 Bíbiltímin heldur áfram Kl. 18.00 Nátturði Kl. 19.30.00 Møti við Mikkel Vigilius Sunnudagin Kl. 18.00 Møti v/ Silasi Olofson Kaffi er eftir møtini Vælkomin til løturnar um Guðs orð Róm 1,16. Stýrið 4
Fællesbrev nr 121 Arusha 14/7 2015 Museumsmission og lidt mere Arusha var engang tysk administrationscentrum, og administrationsbygningen fra dengang står der den dag i dag. Der er en lille udstilling fra tiden dengang i hovedbygningen, men ellers er de større sidebygninger naturhistorisk museum. Sidste tur sammen med Nina og Gro gik dertil, inden de skulle tilbage til Danmark. Der var blandt andet mange flotte dyrebilleder af en svensk fotograf, udstoppede dyr, mv. og så naturligvis udstilling af og nærmest reklame for en særegen religion: Udviklingslæren. Jeg kunne ikke dy mig for at spørge et par damer, der passede museet, om mennesket var skabt i Guds billede eller var udviklet fra dyrene. Med et lidt skævt smil og lidt hovedrysten bekendte begge damerne, at den tro, der blev reklameret for inde i museet, ikke var deres tro, de var nemlig kristne. Så var det sat på plads, og så må vi håbe, at der også kommer en museumsvækkelse, så evolutionslæren ikke længere fremstilles som den uimodsigelige sandhed. Den er ødelæggende og nedbrydende. Twende D. 20/6 havde vi redaktionsmøde i børnebladet Twende (Lad os gå). Det foregik i Dar es Salaam, og det er så et af vilkårene ved at bo i Arusha. Turen går til Dar stort set hver måned. Og så bliver man lidt nostalgisk. Der var en gang, da vi boede i Sumbawanga. Skulle jeg til strategiudvalgsmøde for Soma Biblia i Dar, ja, så gik der fire dage alene med at køre i bus... I dag hopper man på et fly. OK det tager en seks timers tid incl. taxi og 5
shuttle, men flyprisen er rimelig billig fra Arusha. I Dar var der også tid til en afskedsfest for Lars Schmidt, der har været volontør i Soma Biblia; en tur på Nationalbiblitoket sammen med Bente Jerup for at aflevere nye bøger og snuse, og så en søndag sammen med Per og Bente i botanisk have, på krigskirkegården, et besøg hos Petro Pauli, der laver de flotteste lerfigurer, og så var vi naturligvis i kirke. Det var så i den internationale menighed, hvor de kommer. Det var fars dag. Alle fædrene blev kaldt op og fik en lille gave et bogmærke lavet af handicappede børn af tørrede bananblade. Og så fik vi en grundig undervisning om, hvad det ville sige at være mand og at være hoved. I disse tider hvor en del forkaster hovedstrukturen og andre ændrer indholdet, var det godt at høre en klar bibelundervisning. Det har samfundet, kirken og familien brug for. Tanken er hermed givet videre. Mere end halvdelen af Twenderedaktionsmedlemmerne havde meldt afbud, nogle i sidste øjeblik Det gør så ikke så meget, hvis de blot skriver, det de skal til tiden. Vi har fået en pengegave til bladet fra en menighed i Danmark, så det næste blad skal trykkes i 5000 ekstra eksemplarer og deles gratis ud til børnenes dag, som menighederne holder enten i september eller oktober. Vi elsker Tanzania men ikke alt i Tanzania Emma og vores havemand, Ndambo, blev sagt op, da vi rejste fra Sumbawanga. Et halvt år efter sådan en opsigelse kan de hæve de penge, vi hver måned har sat på deres konto hos NSSF (National Social Security Fund). Jeg havde været forbi NSSF i Sumbawanga med opsigelsespapirerne, og fået dem godkendt, så alt kunne være 100% i orden, og de kunne få deres penge uden problemer. Da Ndambo siden skulle hente sine penge, ville de ikke godkende den opsigelse, de selv havde godkendt. Gennem Knud Knudsen fik jeg sendt en ny ud. Efter ansøgning fik Ndambo udbetalt sin opsparing, sådan da han skulle have ca. 1.6 mill, men der var lige forsvundet en halv million Da vi kom til Arusha sendte jeg kopi af alle kvitteringerne til ham og gav ham mulighed form at hyre en advokat på vores regning Emma blev ikke meldt ind igen og hun ville gerne, at vi fik hendes penge nu, så det var på plads, inden vi tog hjem. Så kunne vi passe på dem indtil da. Vi tog forbi NSSF. Vi fik de ansøgningspapirer, hun skulle udfylde og en udskrift, der viste, hvor meget hun skulle have. Der manglede 322.000 shilling (over 1.000 kr) på hendes konto. Så fik hendes arbejdsgiver et papir at udfylde, så han på hendes vegne kunne bede dem rette op på fejlene i oversigten. VI tog hjem, udfyldte alle papirer, og så tilbage igen. Men nu kunne de ikke behandle sagen, da hun først skulle skrive til NSSF i Sumbawanga, der skulle bevilge, at hendes sag blev behandlet i Arusha, selvom det er samme organisation og data-basen er en og den samme. Kunne damen, vi snakkede med, ikke lige bruge to minutter på at hjælpe Emma med at skrive det brev, så vi ikke skulle tage hjem igen og senere komme tilbage med et sådant brev. Det var komplet umuligt. Og da den hvide mand udtrykte irritation over, at de ikke havde sagt til Emma, første gang vi var der, at hun skulle have et sådant brev med, endte det med at en ung på kontoret på eget initiativ skrev et sådant. Og siden hjalp han Emma med at få et identitetskort, som vi havde rykket for mange gange i Sumbawanga, men 6
aldrig fået, da sagen ikke kunne behandles, hvis ikke hun havde et NSSF identitetskort... Så har vi foreløbigt brugt 30.000 shilling i kørsel (100 kr), en hel arbejdsdag, mødt en imødekommende ung mand hos NSSF og en NSSF dame, der i hvert fald ikke ville danse med os, og et system, der er så tungt, at der formodentlig er nogen, der kører så sur i det, at de opgiver at få, hvad de har ret til. Nu venter vi så på, at der kommer besked om, at sagen kan behandles i Arusha, og så kan vi få afleveret hendes papirer og indsigelsen imod kontoopgørelsen. Det skal nok blive en god sommer Der er sket masser i litteraturarbejdet, men det venter til senere. Kærlig hilsen og Guds fred Peter 7
Fællesbrev 122 17/8 2015 Sommer i Tanzania og Danmark Sommer med gamle og nye navne D. 14. juli var vi 9 til spisning. 15. juli var vi 7 og 16. juli var vi 17. Emma har til tider haft travlt, mens Anne-Lene var i Danmark og jeg, Peter, alene på skansen. Nuværende kollegaer fra Dar (Robert og Lisbeth) og Kipili (Jonas og Eva) med børn og gæster, og tidligere kollegaer fra Danmark, Kristian og Berit Larsen med børn, har været forbi Arusha. (Berit er dog stadig ansat lidt i Soma Biblia og arbejder blandt andet med Soma Biblia kalenderen). Nogle har boet på gæstehuset andre hos os. Der blev arbejdet og der blev tid til udflugter til slangefarm, kunstmuseum, m.v. Fra Norge returnerede Kristoffer og Margunn og deres børn for en kort bemærkning. De har arbejdet i Scripture Missions forlag i Arusha, men Kristoffer er nu blevet teamleder for Østafrika for Norsk Luthersk Missionssamband (NLM) med bopæl i Nairobi. Der er kommet en bogvolontør, Asmund, og et nyt missionærpar og deres døtre (Roger, Anne, Signe og Ella), som skal bo på kompounden. De nye missionærer skal dog først på sprogskole og vil derfor først være på plads i februar. De skal i alt være her i 3 år, og så slutter NLM deres engagement i Soma Biblia. Det blev også til en uges tid i Dar es Salaam, da der skulle være bogkonference for Østafrika og branch-manager møde, dvs. lederne af afdelingerne i Dar, Arusha, Mwanza, Iringa og Mbeya skulle mødes med den ansatte ledelse i Soma Biblia. Bogkonferencen blev dog udsat til november, men da flybilletten var købt og der lå masser af arbejde, der skulle gøres i Dar, drog jeg afsted alligevel som planlagt. Det betød så også, at jeg nåede at være med til Kristians og Berits afskedsmiddag med alle der bor på kompounden i Dar. Vi havde også afskedsfest for Bente Jerup og Arve og Ingrid Myra og så fik jeg æren af, på Soma Biblias vegne, at holde afskedstalen og overrække dem den officielle gave fra Soma Biblia: En lerfigur med tre mennesker, der sammen læser i Bibelen og så står der nederst på soklen: SOMA BIBLIA (dvs. læs Bibelen). Det blev også til en søndagstur i Karrusellen, som er en restaurant på 21. etage midt i Dar, der drejer rundt, mens man spiser, så man får præsenteret storbyen lidt ovenfra og med en storslået udsigt. Vi fejrede Signes kommende fødselsdag deroppe (Robert og Lisbeths datter). Sommer i Danmark Jeg, Anne-Lene, havde en pragtfuld sommer i Danmark. Ikke just på grund af vejret, men først og fremmest fordi jeg kunne besøge familie og venner og desuden deltage i en række arrangementer. Bl.a. var jeg på en meget vellykket sommerhøjskole på LMH, til rund fødselsdag hos Ingeborg Kappelgaard, på sommerstævne i Fjellerup med NYT LIV, hvorefter jeg tog til Langeland og var med på Den lutherske Frikirkes sommerlejr og sluttede af med LMF-stævne på Århus Efterskole. Imellem diverse arrangementer boede jeg hos Claus, min yderst gæstfri og hyggelige bror. Sommer i godhedens navn Præsident Obama kom til Kenya og så skulle der i godenhedens navn slås et slag for legitimeringen af homoseksuel praksis. Og Amnesty International melder ud at i godhedens navn er kampen for homoseksuelle 8
ægteskaber nu en del af deres dagsorden på Færøerne. Og endnu engang eller to undres man over, hvor store forræderier der kan begås mod menneskeheden i godhedens navn. Sommer i Jesu navn Der er grund til hele tiden at minde hinanden om, at ikke blot sommeren, men livet skal leves i Jesu navn, dvs. efter hans vilje og under hans beskyttelse, omsorg og nåde. Sådan er det at være kristen, og det vil vi gerne dele med alle også i Tanzania. At det så også indebærer en sommertur til Mwika ca. 120-130 km fra Arusha for at aftale og tilrettelægge korrekturlæsning af Carl Fredrik Wisløffs bog om Martin Luthers teologi, hører også med i billedet, når man er forlagsleder i Soma Biblia. Kærlig hilsen og Guds fred Anne-Lene og Peter PS: Vi vedhæfter en artikel, der lå i gemmerne og samlede støv. I kan altid trykke slet. Men indholdet kan nok stadig være en overvejelse værd: Hvad ville du gøre? 9
Signa títt arbeiðspláss Ein maður greiddi niðri á Blákrosskaféini frá ymiskum úr sínum lívi: Eg arbeiði á einum stórum arbeiðsplássi. Einaferð fingu vit eitt arbeiði at gera uttanlands. Eg veit ikki, hvussu tað bar til; men formaðurin var eftir mær alla tíðina. Allir sóu tað og undraðust. Hann var rættiliga ótespiligur. Alt var so løgið, maskinurnar riggaðu ikki, og hann gav mær skyldina. Eg fór í bøn til Gud. Eg bað hann hjálpa mær at takla støðuna rætt, og eg bað hann eisini hjálpa mær ikki at gerast beiskur inn á formannin. Vit komu so aftur til Føroya. Hetta lívið er ógvuliga skroypiligt og stutt, og Jesus hevur boðið okkum at bera hin glaða boðskapin út. Tað var tað síðsta, hann segði, áðrenn hann fór aftur til himmals, og tað var ein ordri, so menniskju kunnu fáa ein kjans, áðrenn tað er ov seint. Eg havi roynt at vitna; men arbeiðsplássið bara vaks og vaks, og summir arbeiddu her og aðrir har, so tað var ógjørligt. Um tú biður Gud um okkurt, so skalt tú ansa tær, hvat ið tú biður um, tí hann kann taka teg upp á orðið. Eg bað Gud gera tað soleiðis, at allir í fyritøkuni vóru savnaðir á einum staði, so skuldi eg vitna fyri teimum. So fylti fyritøkan, har eg arbeiddi, runt tal, og tað skuldi haldast. Har var ein rúgva av fólki til veitsluna, og har við borðini sungu tey bara verðsligar sangir. Síðani vóru talur hildnar. Tá ið allir topparnir høvdu talað, skuldi eg siga nøkur orð, tí eg hevði verið í fyritøkuni, síðani hon byrjaði. Nú hevði eg møguleikan. Eg segði, at vit eru kallað at vælsigna. Tað kundi eg siga út frá orðunum í 1. Pæt. 3,9-10: Gjaldið ikki ilt fyri ilt ella deilan fyri deilan; men tvørtur ímót, vælsignið heldur, tí at til tess eru tit kallaðir, at tit skulu arva signing. Tí at tann, sum vil elska lívið og síggja góðar dagar, skal varða tungu sína frá illum og varrarnar frá at tala fals. Sum trúgvandi skulu vit signa tað arbeiðsplassið, har vit virka. Tann fyrsti, sum kom fram til mín aftaná, var arbeiðsformaðurin. Hann rætti mær hond og segði: Kanst tú fyrigeva mær? Eg var ljótur móti tær, tá ið vit vóru uttanlands. Hann hevði tár í eygunum. So kom sjálvur stjórin at takka mær. Hann hevði eisini tár í eygunum. Tað er ein stórur fyrimunur hjá einum virki at hava trúgvandi í arbeiði, tí tey brúka tíð í bøn og biðja Guds signing yvir alt virksemið í fyritøkuni. Signingin setir eina prosess í gongd, so lógin um at sáa og heysta fer í gongd. Og fyritøkan, har eg arbeiði, er sanniliga vaksin heilt ómetaligt. Tey trúgvandi eru sum ein kapitalur, ið arbeiðsgevarin setir í sítt virki, og hann gevur stórar rentur. Ja, hatta var so vitnisburðurin um signingina. Eg kennist væl við hetta sjálv. Eg arbeiddi sum lærari uppi á Adventistaskúlanum í 35 ár. Tá ið eg hevði verið har í nøkur ár, kom Irene Eide at vitja skúlan. Hon var stjóri við ein adventistaskúla í Oslo. Hon savnaði allar lærararnar til ein fund. Millum annað segði hon, at vit skuldu biðja fyri teimum næmingunum, sum vit vóru flokslærarar hjá. Vit skuldu nevna hvønn einstakan næming við navni og biðja hvønn dag fyri honum. Tað setti eg mær so fyri, og eg má siga, at tað gav nakað heilt serligt. Stór signing fylgdi við tí. Effie Campbell. 10
Tey tigandi skríggini Tann nakni sannleikin er skakandi: Eftir 36 árum hava læknar og onnur sjúkrahússtarvsfólk verið við til at tikið lívið av einum fólkatali, sum svarar til Stavanger, Bergen og Trondheim til saman, segði Svein-Magne Pedersen í Oslo Symposium. Evangelisturin Svein-Magne Pedersen, sum er mest kendur fyri at biðja fyri sjúkum, gav í fjør (2014) út bókina De tause skrikene. Hon er eitt stríðsrit móti norsku fosturtøkulógini. Hetta evnið hevur havt hansara stóra áhuga, heilt síðani orðaskiftið um lógina um sjálvsavgerðarrætt til fosturtøku byrjaði í 1970-árunum. Hósdagin 19. mars var hann boðin at tala um hetta evnið í Oslo Symposium. Fosturtøkulógin er vorðin ein sorgarleikur fyri norska fólkið. Sambært Statistisk Sentralbyråd mangla 529.000 norskir borgarar eftir 36 árum. Harafturat koma teirra møguligu eftirkomarar, so veruliga talið verður mett at vera ein millión, segði Svein-Magne í taluni. Oslo Symposium er ein kristin ráðstevna, sum leggur dent á virðisspurningar í samfelagnum. Hon verður hildin annaðhvørt ár. Tey, sum skipa fyri, eru grasrótartiltakið Kristenfolket, Internationale Kristne Ambassaden í Jerusalem og blaðið Norge IDag. Har koma ráðharrar og floksleiðslur, prædikumenn og samfelagskjakarar, og bera fram síni hjartamál frá talarastólinum í Oslo Kongressenter á Youngstorget mitt í høvuðsstaðnum. 600 luttakarar úr øllum landinum vóru savnaðir í salinum, og alt tiltakið varð sent beinleiðis á Visjon Norge. Kvinnan er ikki fíggindin Svein-Magne gjørdi tað greitt, at tað var lógarverkið og samfelagshugburðurin, hann fanst at, og ikki kvinnum, sum høvdu fingið fosturtøku. Sum kristin hava vit ongan bíbilskan rætt at vera ímóti kvinnum, sum hava fingið fosturtøku. Vit vilja ikki døma nakran, soleiðis var Jesus ikki. Tað er full fyrigeving og frelsa gjøgnum Jesu sáttardeyða á krossinum. Stóra troystin fyri kvinnur, sum hava verið ígjøgnum fosturtøku, er, at tær fara at møta sínum aborteraðu børnum aftur í himli. Kvinna er ikki fíggindin hon er eitt offur fyri norsku fosturtøkulógina og fosturtøkuhysteríið í norska samfelagnum. Miðlarnir og politikararnir hava heilavaskað norska fólkið at halda, at fosturtøka er kvinnufrígering. Okkum er tørvur á einari sinnalagsbroyting í norska fólkinum, segði hann. Fleiri kvinnur, sum hava fingið fosturtøku, hava fingið fyrigeving, eru vorðnar frelstar og hava fingið eina nýggja byrjan í lívinum. Tær hava fingið náði og kraft frá Gudi at lyfta høvdið, eru reinsaðar og hava góða samvitsku, og fleiri teirra hava fingið eina tænastu í Guds ríki. Fosturtøka er stuldur Hann førdi fram, at tað er skeivt at fremja fosturtøku, av tí at hon er stuldur. Gud er skaparin, og tað er hann, sum eigur fostrið. Tað er skapt í Guds mynd við einum virði, sum ikki kann metast í krónum og 11
oyrum, og við einari ætlan um eitt langt lív. Gud lítur at fostrinum sum eitt fult verdugt menniskja frá gitnaði. Fosturtøka er at stjala lívið og framtíðina hjá einum øðrum menniskja, segði evangelisturin. Bíblian sigur, at Gud hatar hendur, sum úthella sakleyst blóð (Orðt. 6,16-17). Eftir Guds lívsáskoðan hevur Noreg blóð á hondum sínum. Ein bíbilskur sannleiki, sum ongantíð svitast, er, at tað, sum eitt menniskja sáar, skal hann eisini heysta. Noreg hevur fyri neyðini at umvenda seg frá blóðsøk, segði hann. Fosturtøka er kvinnufíggindaligt Kvinnukroppurin er ikki skaptur at tola fosturtøku, helt hann fram. Fosturtøka skaðar heilsuna hjá kvinnum, bæði sálarliga, likamliga og andaliga. Hann legði fram úrslit av fleiri útlendskum granskingarúrslitum, sum hann heldur rúma sannleikar, ið norska heilsustarvsfólkini ikki vilja, at tú skalt vita. Kanningarnar vísa, at kvinnur, sum hava tikið fosturtøku, eru í munandi størri vanda at fáa depressión, gera skaða á seg sjálva og fáa etingarólag, og sjálvmorð og rúsmisnýtsla koma oftari fyri. Hann vísti eisini til kanningar, sum vísa, at kvinnur eftir fosturtøku eru í størri vanda fyri at fáa ymisk sløg av krabba, fyri seinni at fáa graviditet uttan fyri lívmóðurina, fyri at fáa spontanan abort seinni, og fyri at gerast sterilar sum úrslit av bruna í kokuni. Politiska sjónarmiðið hjá granskarum og tíðindafólki hevur verið við til at farið verður lættliga um, og fólk látast ikki at síggja sannleikan um tær negativu avleiðingarnar av fosturtøku. Summi vilja ikki síggja sannleikan. Hann er ov pínufullur, segði Svein-Magne. Brot á mannarættindi Í talu síni ramsaði hann upp 17 sannleikar um fosturtøku. Fosturtøka er ikki ein sjálvsavgerðarrættur, tí fostrið er ongantíð vorðið spurt, segði hann millum annað. Fosturtøka vísir, at fostrið hevur eingi mannarættindi. Rætturin til lív er grundarlagið fyri øll onnur mannarættindi, helt hann áfram. Fosturtøka verður als ikki altíð brúkt sum síðsti útvegur í lívinum, men av einari røð av øðrum orsøkum sum skúlagongd, stremban eftir at koma sær fram, trýst frá barnafaðirinum, familju og vinum, skeivt kyn hjá fostrinum. Hendinga ferð er tað lív, sum stendur móti lívi, og teir tilburðirnar góðkenna vit. Vit ofra 15.000 børn árliga á materialismunnar, errinskapar og sjálvrealiserings altarinum. Tað kann als ikki góðtakast, at eitt av heimsins ríkastu londum loysir sínar sosialu og økonomisku trupulleikar á einum skurðborði, segði hann. Sóknaðist eftir nevndunum Hann vísti á tørvin á at hindra kvinnum at taka fosturtøku vegna trýstið frá øðrum. Sjálvavgerðarrætt til fosturtøku uttan eina fosturtøkunevnd, er at ræna frá kvinnum, sum eru undir trýsti at taka fosturtøku. Rættarmyndugleika mugu vit hava, har tær kunnu fáa viðhald í sínum ynski at eiga barnið. Fosturtøkutrýstið frá næstringum kann vera stórt. Í einari tíð har kenslurnar eru skiftandi, hevur kvinnan brúk fyri góðum ráðum og vegleiðing, hvussu hon skal velja, tí valið kann ávirka hana restina av lívinum, førdi hann fram. Vit hava viltnevndir, sum skulu stýra skjótingina av djórum, men vit hava ikki 12
longur fosturtøkunevndir, sum kunnu stýra tøkuna av tí ófødda barninum tær fyrstu 12 vikurnar í barnsburðinum, segði hann, tá ið hann samanbar hesi bæði. Ørnin, bjørnin, úlvurin og høggormurin hava rættarnevnd, men ófødda barnið er rættarleyst mótvegis kenslum, lystum og tilvildarligum valum hjá menniskjum. Tey tigandi skríggini Vit geva okkum ikki, fyrr enn vit fáa eina nýggja lóg, segði Svein-Magne, og fundarfólkið fór at klappa av sínum eintingum. Til tað hendir, mugu vit bjarga so mongum, sum til ber, at fara í fosturtøkufelluna og gerast offur fyri dagsins fosturtøkuhysterí. Tað ber í sær bøn og andskamp, og at vit taka sakina hjá fostrinum til okkara. Tað er ikki nóg mikið, at vit stilltigandi ynskja eina broyting, segði hann avbjóðandi, og endaði við hesari øgiligu áheitan: Um tú vart eitt fostur og kundi tosa, hvat hevði tú sagt við mammu og pápa í bilinum á veg til sjúkrahúsið? Eg hugsi, at 99% av okkum øllum høvdu viljað rópt tað dýrasta, vit orkaðu: Mamma og pápi, lat meg sleppa at liva, vælsignaðu tit! Hoyrir tú rópini? Hesi tigandi skríggini hava brúk fyri tínari og mínari rødd! Tor-Bjørn Nordgaard, Legedom Effie Campbell umsetti. 13
Profeturin Jónas Jónas er ein av skriftprofetunum í Gamla Testamenti. Hann virkaði sum profetur í Ísrael, meðan Jeroboam 2. ráddi í landinum umleið ár 800 fyri Krists. Í bókini hjá Jónasi verður sagt frá, at Jónas varð kallaður av Guði til at fara til Ninevé við eini áminning til fólkið har, tí at tey ikki livdu eftir Guðs vilja. Hann skuldi boða fólkinum frá, at Ninevé for at verða lagdur í oyði. Tað tordi Jónas ikki og flýddi frá Guði. Í staðin fyri at fara til Ninevé fór hann til Joppe og haðani við báti til Tarsis. Á ferðini brast óveður á, og manningin á bátinum óttaðist fyri, at báturin fór at ganga burtur. Teir gjørdust bangnir og róptu í hvør sínum lagi á sín gud, men einki hjálpti. Jónas visti einki, tí hann lá niðriundir í bátinum og svav. Skiparin vakti hann og greiddi honum frá støðuni. Samstundis kastaðu hinir skipsmenninir lut um, hvør íð tað mundi vera, sum var orsøk til óveðrið. Luturin fall á Jónas, og hann viðgekk beinanvegin, at tað var hann, sum var orsøkin til støðuna, sum bárurin var komin í, tí at hann hevði verið Guði ólýðin. Hann segði tí, at tað einasta, ið nú var at gera, var at kasta seg fyri borð, fyri at veðrið skuldi gerast betri. Manningin á bátinum royndi kortini at rógva til lands, men tá ið tað ikki bar til, kastaðu teir Jónas fyri borð. Beinanvegin stilnaði veðrið, og manningin undraðist á henda Guð, sum Jónas trúði á, og lovaði, prísaði og takkaði honum. 14
Jónas lá so og stríddist á sjónum, og tá ið hann ikki orkaði meira, fór hann at søkka. Tá sá hann ein stóran fisk koma svimjandi ímóti sær, og knappliga varð alt myrkt. Í byrjanini skilti hann ikki, hvat ið var hent, men so fann hann útav, at hann lá í búkinum á fiskininum, enntá á livi. Í síni neyð rópti Jónas á Guð. Hann lovaði Guði, at um hann kom livandi frá hesi hendingini, skuldi hann verða Guði lýðin og fara til Ninevé at áminna fólkið og biðja tey venda um. Hann bað og bað og visti ikki, hvussu leingi hann hevði ligið í búkinum, men tað tyktist sera leingi. Hansara einasta vón var, at Guð fór at koma honum til hjálpar. Men so visti Jónas ikki av, fyrr enn alt aftur gjørdist ljóst, og at hann aftur sá himmalin. Fiskurin hevði spýð hann á land. Hann var bjargaður, eftir at hann hevði ligið í búkinum á hvalinum í tríggjar dagar og tríggjar nætur. Nú hann var bjargaður, helt hann lyftið, sum hann hevði givið Guði og fór til Ninevé. Har talaði hann til fólkið og segði, at um tey ikki vendu um, fór Guð um fjøriti dagar at oyða staðin. Fólkið tók talu hansara í álvara. Tey vendu sær til Guðs og bóðu um fyrigeving. Eisini kongurin í landinum vendi um. Tá ið Guð sá tað, angraði hann, at hann hevði ætlað at oytt Ninevé og gjørdi tað ikki. Tað dámdi Jónasi ikki og gjørdist illur. Hann visti altíð, at Guð fór at náða fólkið við sínum miskunnsemi og kærleika. Hví skuldi hann so partú senda seg hagar við dómsboðum? Men Guð minti hann á, at fólkið í Ninevé eins og Jónas vóru hansara børn, sum áttu hansara fyrigeving og miskunnsemi. 15
Jónas varð gloyptur av einum stórum fiski. Teknið fiskin niðanfyri lidnan Petra gregersen Útgevari Heimasíða: www.kmf.fo Kirkjuligt Missiónsblað Kirkjuliga Missiónsfelagið Ábyrgd: Kristian Thorleifsson kemur út 8 ferðir um árið Purkugerði 7 tel: 212856 (februar, mars, mei, juni, august Fo- 100 Tórshavn Prent: KMF september, november og desember t- postur: kmf@kmf.fo Konta: 9181-495.337.3 Haldaragjald: kr. 200,00 16