Álit. Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 11. desember 2009, og eftir 1. viðgerð 16. desember 2009 er tað beint Vinnunevndini.

Relaterede dokumenter
Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding av elinnleggjarum

Álit. viðvíkjandi klagu um manglandi svar upp á innlitsumbøn

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

- Webundersøgelse, Fólkaskúlaráðið, oktober Fólkaskúlaráðið. Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

Sagsøgeren har påstået sagsøgte dømt til at betale kr. med procesrente fra den 26. juni 2003, subsidiært procesrente fra den 22. april 2008.

Alternativur flogvøllur í Føroyum.

Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar

Givið út 30. mai 2017

Løgtingið. Tórshavn, tann 24. februar 2009 Vmr J.Nr.:

Løgtingsmál nr. 84/2010: Uppskot tilríkislógartilmæli um gildiskomu í Føroyum av lóg um Fólkatingsumboðsmann. U p p s k o t. til

forbindelse med både ansættelse, ændring i ansættelsesforhold og ved afslutning af ansættelsen.

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

Uppskot. til. Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar soljóðandi lóg:

Málsgongd Við skrivi, dagfest 12. desember 2008, sendi Mentamálaráðið soljóðandi uppsøgn til klagaran:

Kanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum

Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging

Landsstýrismálanevndin hevur viðgjørt málið á fundum 30. oktober 2012, 22. januar, 21. mars og 11. apríl 2013.

Álit. løgtingsmáli nr. 79/2008: Uppskot løgtinglóg um avtøku av løgtingslóg um altjóðarættarligu sáttmálar Føroya landsstýris at gera

Løgtingsmál nr. xx/2008: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tænastumenn landsins. Uppskot. til

LØG M A N S S K R I V S T O V A N. P r i m e M i n i s t e r s O f f i c e

Gamlar myndir úr Norðuroyggjum

Álit Viðvíkjandi klagu um vantandi fráboðan, grundgeving og kæruvegleiðing í avgerðum hjá TAKS

Álit. viðvíkjandi. víðkan av føroysku útbúgvingarstuðulsskipanini til allar lesandi føroyingar uttanlands

ES-fyriskipanin um persónsdátuvernd

Álit um stýrisskipanarviðurskifti Føroya

Álit. Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 1., 10. og 15. desember 2015, 19., 21. og 26. januar, 9., 16., 23. og 25. februar, 1. og 7. mars 2016.

Børn og doyving Kunning til foreldur

LØGMANSSKRIVSTOVAN LØGDEILDIN

Konference om affald på havet

LANDSGRANNSKOÐANIN. Frágreiðing. um umskipanina av Føroyagrunninum frá 1971 til ein sjálvsognargrunn. latin løgtingsgrannskoðarunum

Løgtingið Argir, 29. februar Løgtingsmál nr. 70/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tollsatsir.

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál. Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess

Under arbejdet med kunngerðini er jeg blevet opmærksom på 3 områder i loven, jeg mener vi lige må tænke over en ekstra gang.

Álit viðvíkjandi handfaring av umbøn um innlit í byggimál hjá Tórshavnar kommunu.

Heilsu- og innlendismálaráðið

V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð

Løgtingsmál nr. 59/2014: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar

Fíggjarmálaráðið. Løgtingið Dagfesting: 7. februar 2018 Mál nr.: 17/ Málsviðgjørt: JEK

Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland

DOM. Under denne sag, der er anlagt den 16. august 2010, har sagsøgerne, A, B, C, D, E, F, H, I, J og K, nedlagt påstand om:

Klagan til TV2. Hvat kann gerast. Upplivdi illveðrið í 1932, ið beindi fyri formanni í FF. Livravirkið á Eiði. Frásøgn hjá Andrew Godtfred:

Løgtingsmál nr. 28/2005: Uppskot til samtyktar um norðurlendskan sáttmála um fólkayvirlit. Uppskot. til. samtyktar

Heilsu- og innlendismálaráðið

V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð. Løgtingið Tórshavn, tann 1. desember 2014 Vmr. J.Nr.: 14/

Løgmansskrivstovan. Løgtingið Dagfesting: 11. november 2016 Mál nr.: /16 Málsviðgjørt: GJ

F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F F I N A N C E. Løgtingið

Løgtingsmál nr. 19/1998. Uppskot til ríkislógartilmæli um lov om videnskabsetisk komitésystem og behandling af biomedicinske forskningsprojekter

11. december (Indsendelsesbekendtgørelsen) Kapitel 1 Anvendelsesområde

Skatta- og avgjaldsmál avgerðir

Grannskoðaraeftirlitið. Grannskoðaraeftirlitið. Ársfrágreiðing. Almannakunngjørd 23. juni 2017

Álit. viðvíkjandi klagu um handfaringina hjá Hvalbiar kommunu av eini innlitsáheitan

HEILSUMÁLARÁÐIÐ. Til: hoyringspartar

Viðvíkjandi: P/f Tryggingarfelag Føroyar yvitekur virkisøkið frá P/f Trygd

Tine Færch Jørgensen. Til Trafik- og Byggestyrelsen

Heilsu- og innlendismálaráðið

F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F F I N A N C E. Løgtingið

Fólkaheilsukanning Hvussu hevur tú tað 2015

Álit. viðvíkjandi klagu um vantandi innlit í mál um keyp av heimasíðu hjá Kringvarpi Føroya

Frágreiðing um grundlógararbeiði

Uppskot. til. løgtingslóg um rættindi løntakaranna í sambandi við, at landsstýrið yvirtekur mál og málsøki frá ríkismyndugleikunum

23 Uppskot til løgtingslóg um umskipan av Føroya Lívstrygging Skjal 2

P/F EIK BANKI YVIRI VIÐ STROND 2 POSTBOX TÓRSHAVN Føroyar

Uppskot til. ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar partar av broytingum í hjúnabandslógini og rættarvirknaðarlógini

Løgtingsmál nr. 177/2010: Uppskot til ríkslógartilmæli um avtøku av ríkislóg om Færøernes landsstyres indgåelse af folkeretlige aftaler

LØG M A N S S K R I V S T O V A N. P r i m e M i n i s t e r s O f f i c e

23 Uppskot til løgtingslóg um umskipan av Føroya Lívstrygging Skjal 0. Frágreiðing um umskipan av Føroya Lívstrygging til partafelag

Kunngerð. grannskoðaraváttanir v.m.

Frágreiðing frá Skipaeftirlitinum um arbeiðsvanlukku umborð á Túgvusteini hin

Heilsu- og innlendismálaráðið. Løgtingið Dagfesting: 02. nov Mál: 16/

TÓRSHAVNAR BÝRÁÐ 22. mai 2014

GERÐABÓK apríl 2011 Formansins merki: Dato: 14. apríl 2011 kl Stað: Býráðssalurin Málsnr:70/11-88/11. FUNDARLEIÐARI: Heðin Mortensen

Dátueftirlitið Tinganes - Postboks Tórshavn Telefonnr:

Løgtingið Tórshavn, tann 9.juni 2015 J.nr.: 12/ Løgtingsmál nr. / 2015: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar søloven

Uppskot. til. Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta soljóðandi uppskot til kongliga fyriskipan í gildi fyri Føroyar:

Magni Laksáfoss. Magni Laksáfoss, Fróðskaparsetur Føroya

Almannastovan. Almannastovan. Skjal 11. Dagur J. nr I. Almanna- & Heilsumálastýrið Fyrisitingardeildin Eirargarður Tórshavn

Námsferð 25. mai 5. juni 2017

IV. Álit og aðrar niðurstøður hjá umboðsmanninum í málum avgreidd í 2005

samstarva At veita eina um skjóta hettar og tilboðið: goða viðgerð til kvinnur við burðartunglyndi.

Álit. vi víkjandi. ví kan av føroysku útbúgvingarstu ulsskipanini til allar lesandi føroyingar uttanlands

Álit viðvíkjandi klagum um starvssetanir í Suðuroyar musikkskúla. Við skrivi, dagfest 16. februar 2014 sendi A umboðsmanninum soljóðandi klagu:

Bakstøði Ynski var: - At lýsa teir møguleikar og tær treytir eldri fólk í Føroyum hava fyri einum góðum lívi í eldri árum - At lýsa hvørji átøk kunnu

Aftaná eitt misálit Tað hjálpir einki bert at seta nýggjan landsstýrismann. Tað, sum ræður um, er ein fullkomilig umskipan av fiskimálaráðnum.

BORNE- OG SOCIALMINISTERIET HEILSU- OG INNLENDISMÅLARÅDID. Felags yvirlysing i sambandi vid yvirtøku av målsøkinum "persons-, husf61ka- og arvarætti"

Suðuroyar Sparikassi P/F

Søgan um "Vesturhavið Blíða"

Javntekstur og lykil. Galdandi orðingar í ættleiðingarlógini samanbornar við broyttu orðingarnar í uppskotinum til ættleiðingarlógarlóg

DOM. De sagsøgte har nedlagt påstand om frifindelse, således at Skatte- og afgiftkærenævnets afgørelse af 9. november 2016 stadfæstes.

Bygnaðarbroytingar, tænastumenn og grundgevingar

Leiðarans leiklutur og samskifti í broytingum

LEIÐREGLUR FYRI EMBÆTISFÓLK Í LANDSFYRISITINGINI

Vegleiðing um krøv í løgtingslóg um tryggingarvirksemi til nevndarlimir og stjórnarlimir um førleika og heiðursemi (fit & proper)

Liðugfráboðan til eftirlits av Brunaávaringarskipan

V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð

Mentamálaráðið. Løgtingið Dagfesting: Mál nr.: 16/ Málsviðgjørt: BB/TVR

Marius smíðar bát í Íslandi. ALS 10 ár. Stór frásøgn frá hátíðarhaldinum. Bjarni Djurholm má steðgast og fiskimonnum má vera tryggjað rættindi.

Suðuroyar Sparikassi P/F Skrás.nr./Reg.no 4122

Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin. Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014

LØG M A N S S K R I V S T O V A N. P r i m e M i n i s t e r s O f f i c e

Transkript:

Álit í løgtingsmáli nr. 79/2009: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at leggja virksemið hjá Vága Floghavn í P/F Vága Floghavn Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 11. desember 2009, og eftir 1. viðgerð 16. desember 2009 er tað beint Vinnunevndini. Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 14., 18., 25. og 28. januar, tann 2., 4., 17. og 25. februar, og tann 2., 4. og 9. mars 2010. Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri fakfelagið hjá flogskiparum, umboð fyri P/f Atlantsflog, P/f Vága Floghavn, Sørvágs kommunu, Landsverk umframt við landsstýrismannin í vinnumálum í tveimum umførum. Frá landsstýrismanninum í vinnumálum fekk nevndin avrit av skrivi frá Statens Luftfartsvæsen til Vága Floghavn, dagfest 3. desember 2009, viðvíkjandi prosjektumsókn til leinging av flogvøllinum og avrit av frágreiðing frá nevndini fyri P/f Vága Floghavn um útbyggingarætlan fyri Vága Floghavn frá januar 2010. Frá Fróða Poulsen, tyrluskipara, fekk nevndin frágreiðing frá IATA við heitinum Navigation Aids Transition Roadmap, vol 3, frá 16. mars 2006. Frá Vinnumálaráðnum hevur nevndin eisini fingið telduskriv, dagfest 26. januar 2010, við tilfari frá Landsverk og avriti av samskifti millum ráðið, Landsverk, Vága Floghavn og Statens Luftfartsvæsen (SLV) um málið. Frá stjóranum í P/f Atlantsflog fekk nevndin skjal við framløgu viðvíkjandi leinging av flogvøllinum, eina styttri útgávu av somu framløgu og eintak av tíðindaskrivi viðvíkjandi flogvallaútbygging, dagfest 6. november 2009. Frá forstjóranum í P/f Vága Floghavn fekk nevndin eintak av teldusamskifti millum forstjóran og SLV 15. og 18. januar 2010 viðvíkjandi frávikum í sambandi við góðkenning av leinging av flogvøllinum í Vágum. Við skrivi, dagfest 2. februar 2010, hevur Vinnunevndin sent Vinnumálaráðnum skriv, har heitt verður á ráðið um at útvega nevndini svar upp á nakrar spurningar í málinum. Við skrivi, dagfest 17. februar hevur nevndin rykt eftir svari frá Vinnumálaráðnum í málinum, og hevur Vinnumálaráðið sama dag boðað frá orsøkini til seinkingina, og at ráðið væntandi kann svara nevndini vikuna eftir. Við skrivi, dagfest 25. februar 2010, hevur nevndin heitt á Vinnumálaráðið um at fáa eina frágreiðing, sum í stuttum greiðir frá úrslitinum av útbjóðingini, herundir eina yvirskipaða lýsing av tí arbeiðnum sum útbjóðingin fevndi um. Við skrivum, dagfest 2. og 5. mars 2010, hevur Vinnumálaráðið svarað spurningunum frá nevndini.

Vinnunevndin heldur tað vera sera umráðandi, at vit til eina og hvørja tíð hava gott og trygt flogsamband út í heim. Eftir nútímans ferðamynstri er vegurin loftvegis at meta sum natúrligur og tí neyðugur partur av infrakervinum. Hetta er serstakliga galdandi fyri tey mongu, sum í sínum virki mugu ferðast til og úr Føroyum. Afturat hesum er ikki minni umráðandi, at sjúkraflutningurin, sum er og verður ein áhaldandi partur av okkara flúgving, ongantíð svíkur. Í síni viðgerð av málinum, hevur Vinnunevndin í stóran mun lagt seg eftir at fáa greiði á teimum høvuðsspurningunum, sum vórðu reistir, tá ið málið var til 1. viðgerð í tinginum. Umframt omanfyri nevndu innkallingar, hevur nevndin hildið tað vera neyðugt eisini skrivliga at spyrja seg fyri hjá viðkomandi myndugleikum. Tað hevur í nøkrum førum darvað nevndararbeiðnum nógv at skula bíða eftir svari. Eftir at nevndarviðgerðin var liðug tann 9. mars 2010, fekk nevndin avrit av skrivi, dagfest 1. desember 2009, frá Bjarna Debes til formansskapin á Løgtingi, sum samstundis lænir film út til formansskapin, sum í stuttum broti vísir danska rutuflogfarið, sum í hørðum turbulemsi er á veg inn yvir Vága Floghavn í august 1989. Í skrivinum setir Bjarni Debes spurningar og viðmerkingar til málið. Møguleiki er hjá løgtings- og landsstýrisfólki at síggja filmin áðrenn 1. apríl 2010, tá hann verður sendir aftur til Bjarna Debes. Hetta tilfar er sostatt ikki viðgjørt á nevndarfundum. Spurningar, sum hava fingið serliga drúgva umrøðu í nevndini, nú skotið verður upp at byggja út á 1799 m, heldur enn 1600 m, sum upprunaliga ætlað, hava serstakliga snúð seg um viðurskifti viðvíkjandi trygdini, um betraðan regularitet, og um ella í hvussu stóran mun henda útbygging verður framd við frávikum frá galdandi myndugleikakrøvum. Harafturat hevur kostnaður eisini verið umrøddur. Eftir umbøn frá Vinnumálaráðnum hevur Landsverk í skjali dagfest 7. desember 2009 gjørt viðmerkingar til projekttilfarið til útbyggingina. Nevndin hevur heft seg við ivamál, sum Landsverk her setir, og upplýsingar, sum nevndin fekk frá Landsverki á fundi tann 28. januar 2010. Heitt varð á Vinnumálaráðið um at fáa hesar spurningar svaraðar, sum eftir nevndarinnar áskoðan hava stóran týdning fyri hennara støðutakan. Í allari viðgerðini hevur tað verið sera umráðandi fyri nevndarlimirnar at kenna seg trygg við, at ivamál av týdningi eru greinað og svarað, serstakliga tá ið tað ræður um viðurskifti, sum kunnu hava ávirkan á trygdina. Tá ið tað ræður um frávik frá myndugleikakrøvum, hevur nevndin heitt á Vinnumálaráðið um at útvega nevndini viðmerkingar frá Landsverki til telduskriv frá SLV, dagfest 18. januar 2010. Nevndin vildi vita, um og í hvønn mun hetta svarið ruddar av vegnum teir ivaspurningar, ið reistir eru í samskiftinum millum Landsverk og Vága Floghavn. Í sínum skrivi, dagfest 18. januar 2010, viðvíkjandi Dispensationer ifm. godkendelse af baneforlængelse på Vága Floghavn, greiðir SLV frá: Som du er bekendt med gennem det omfattende forarbejde, der nu foreligger, er der en række forhold af sekundær betydning, der ikke følger alle gældende standarder og anbefalinger, men som følge af de fysiske forhold ikke er relevante eller mulige at opfylde. Man kan generelt sige om det nye projekt:

1. Med afgravningerne af terræn på sydsiden af banen, nedrivning af den gamle fabrik og flytning af garagebygningen kommer den ny sikkerhedszonen til at opfylde gældende standarder fuldt ud. 2. Ved etablering af sikkerhedsområder ved baneenderne (RESA) i forlængelse af banen i begge ender, opfyldes standard ligeledes (herved erstattes den nuværende anvendelse af de stenfyldte opbremsningsområderne på banens sydside) 3. Den nye bane layout betyder, at det forventes at landningssystemet til bane 31 (landing mod NV) vil kunne opstilles i en standard konfiguration. Den nuværende opstilling har for så vidt ikke en dispensation, men afviger fra normal praksis. 4. Terrænet omkring Vagar Lufthavn gennembryder de hindringsbegrænsede flader der generelt beskytter flyvepladser, men dette afviger ikke fra, hvad der er normal praksis for flyvepladser, der er beliggende i nordiske fjeldområder. Hinumegin vísir Landsverk á í skrivi til Vinnumálaráðið, dagfest 7. desember 2009, at Lendið, sum byrjar, har RESA økið endar, má ikki hava eitt størri hall omaneftir enn 5%. Um hetta ikki letur seg gera, skal hallið gerast soleiðis, at hallið verður minst møguligt. Kravið til minst møguliga hall fyri endan av vøllinum verður sett fyri at minka um vandan fyri, at eitt flogfar missir uppdriftina við fráferð, og hevur sostatt týdning fyri trygdina. Í myndugleikaprojektinum, sum er sent til Statens Luftfartsvæsen er roknað við at gera eina uppfylling, soleiðis at lendið fær eitt hall uppá 87% eystureftir og vestureftir. Frávikið kann fáa stóran týdning fyri trygdina, um eitt flogfar ikki klárar at steðga, men fer út av vøllinum og oman eftir skráninginum. Tað kann eisini økja um vandan fyri, at eitt flogfar missir uppdriftina við fráferð. Mett verður ikki, at tað ber til at lúka galdandi myndugleikakrøv til lendið uttan fyri RESA økið, t.e. at gera ein skráning, sum hevur eitt hall uppá 5%. Hinvegin verður mett, at hallið kann gerast væl minni, enn roknað er við í projektinum. Nevnast kann, at í frágreiðingini Rapport om opdatering og udbygning af Vagar Lufthavn frá apríl 2006 varð roknað við at fylla upp, soleiðis at lendið fekk eitt hall uppá 20%. Vinnunevndin hevur biðið Vinnumálaráðið kanna hesi viðurskifti, og 5. mars 2010 hevur SLV svarað, at: Da det forelagte projektmateriale ikke indeholder etablering af et hindringsfrit stigeområde, er det stillede spørgsmål ikke relevant for projektgodkendelsen. Landsverk viðmerkir í telduskrivi sama dag, at svarið hjá SLV er greitt og svarar spurningunum hjá Landsverki. Viðmerkingarnar frá Vága Floghavn, eisini í telduskrivi sama dag, eru, at SLV hevur fyrihildið seg til spurningar um krøv til hallið á skráunum við endan og síðurnar á vøllinum, og at projektið uppfyllir tær treytir, sum myndugleikin setir. Tá nevndin ikki helt hetta svar vera greitt, varð spurningurin aftur vendur við landsstýrismannin í vinnumálum, sum síðani hevur útvegað nevndini soljóðandi svar frá Landsverki: Vit hava tosað við SLV fyri løtu síðani um tey ivamál, sum hava verið um krøvini til trygdarøkið norðan fyri og sunnan fyri vøllin, t.e. spurning 1, og til Clearway fyri endan av vøllinum, t.e. spurning 2. Spurningur 1: Til spurning 1 sigur SLV nú, at tað er rætt, tá Landsverk skrivar, at ICAO Annex 14 3.4.15 setir krøv til lendið uttan fyri trygdarøkið, t.e. økið, sum er har, ið trygdarøkið endar (75m frá miðlinjuni), og út til eina frástøðu upp á 150 m frá miðlinjuni á vøllinum. Kravið er her, at lendið, um

neyðugt, skal regulerast soleiðis, at eingir stigningar verða upp á meira enn 5%. SLV sigur, at hetta er viðgjørt við P/F Vága Floghavn, og at hetta kravið verður sambært P/f Vága Floghavn fylgt, sjálvt um hetta ikki framgongur av projekttilfarinum. Svarið frá SLV er greitt og nøktandi nú og svarar okkara spurningi. Spurningur 2: Til spurning 2 sigur SLV, at tað er rætt, at tað ikki framgongur av samskiftinum, um ein Clearway skal gerast ella ikki, men at SLV sum myndugleiki hevur viðgjørt hetta í sambandi við útbygging av Vága Floghavn. SLV sigur, at SLV hevur mett, at neyðugt verður ikki við einum Clearway. Svarið frá SLV er greitt og nøktandi nú og svarar okkara spurningi. Landsverk hevur ikki fleiri viðmerkingar til prosjektið. Við hesi broyting metir nevndin at hon og Løgtingið kunnu kenna seg trygg við verkætlanina. Sum skilst eru krøvini til minima (minsta skýhædd yvir lendið og minsta sýni) rættiliga avgerandi fyri, í hvønn mun útbyggingin av Vága Floghavn fer at bøta um reglusemið í flúgvingini upp á Føroyar. Nevndin hevur spurt SLV, hvussu tey rokna við, at minima fer at verða, samanborið við verandi vøll, og nær roknast kann við, at hesar útrokningar fyriliggja. SLV svarar hin 1. februar: vi forventer, at de nye minima på bane 31 bliver reducerede i forhold til eksisterende minima. Denne evt. reduktion er dog helt afhængig af de oplysninger, der fremsendes vedrørende missed approach chlimb gradient jf. vor projektgodkendelse af 3. dec 2009 sidste afsnit. Vi forventer, at en etablering af en standard ILS på bane 31, forbedrede indflyvningslys og en reduktion af minimum indflyvningshøjde vil betyde en forøget regularitet. Vi kan først påbegynde de endelige beregninger for Atlantic, når vi har fået forelagt missed approach climb gradienter, som efterspurgt i projektgodkendelsen. Nevndin hevur sostatt ikki fingið vissu fyri, at regulariteturin verður bøttur. Viðvíkjandi kostnaði hevur ivi verið um, hvussu langt tøka upphæddin á 365 mió. kr, fer at røkka, vísandi til at eingi útgreinað tøl eru í uppskotinum frá landsstýrinum. Í samband við frágreiðingina frá apríl 2006, Rapport om opdatering og udbygning af Vagar Lufthavn, metti Landsverk, at kostnaðurin fyri at leingja flogvøllin til 1799 m uttan terminal fer at verða umleið 316 mió. kr., t.e. 80 mió. kr. meira enn metingin hjá P/F Vága Floghavn. Spurningur hevur tí verið settur við, um hesin prísmunur er orsakað av frávikum í mun til galdandi myndugleikakrøv. Vísandi til frammanfyristandandi, hevur nevndin fingið váttan fyri, at útbyggingin lýkur tey krøv, sum flogmyndugleikin setir, og sum SLV hevur góðkent hin 3. desember 2009. Nú tilboð eru komin inn, vísa tey seg at liggja væl undir metta kostnaðinum. Nevndin heldur tað vera sera umráðandi fyri trygdina og regularitetin, at øll útgerð eisini tann, sum ikki er í útboðnum, og sum skal koma afturat, er á einum fult nøktandi tøkniligum støði. Hetta løgdu innkallaðu flogskipararnir eisini stóran dent á. Her eigur ikki at verða slakað til fyrimuns fyri eitt nú terminali. Nevndin vísir annars til innkomnu nevndarskjølini í málinum.

Við hesum viðmerkingum tekur ein samd nevnd undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið. Vinnunevndin, 9. mars 2010 Katrin Dahl Jakobsen Bjørn Kalsø Heðin Zachariasen formaður næstformaður Bjarni Djurholm Andrias Petersen Bjørt Samuelsen Kári P. Højgaard