Álit viðvíkjandi handfaring av umbøn um innlit í byggimál hjá Tórshavnar kommunu.

Relaterede dokumenter
Álit. viðvíkjandi klagu um handfaringina hjá Hvalbiar kommunu av eini innlitsáheitan

Álit. viðvíkjandi klagu um manglandi svar upp á innlitsumbøn

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

Málsgongd Við skrivi, dagfest 12. desember 2008, sendi Mentamálaráðið soljóðandi uppsøgn til klagaran:

Álit. viðvíkjandi klagu um vantandi innlit í mál um keyp av heimasíðu hjá Kringvarpi Føroya

Álit Viðvíkjandi klagu um vantandi fráboðan, grundgeving og kæruvegleiðing í avgerðum hjá TAKS

Sagsøgeren har påstået sagsøgte dømt til at betale kr. med procesrente fra den 26. juni 2003, subsidiært procesrente fra den 22. april 2008.

Løgtingsins umboðsmaður. Ársfrágreiðingin 2010

Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding av elinnleggjarum

Givið út 30. mai 2017

Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál. Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess

Løgtingið. Tórshavn, tann 24. februar 2009 Vmr J.Nr.:

IV. Álit og aðrar niðurstøður hjá umboðsmanninum í málum avgreidd í 2005

Klagan, sum var viðheft teldubrævinum, er dagfest 29. desember 2014, og var soljóðandi:

forbindelse med både ansættelse, ændring i ansættelsesforhold og ved afslutning af ansættelsen.

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

P/F EIK BANKI YVIRI VIÐ STROND 2 POSTBOX TÓRSHAVN Føroyar

- Webundersøgelse, Fólkaskúlaráðið, oktober Fólkaskúlaráðið. Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på

Høringssvar fra Adoption & Samfund vedrørende udkast til bekendtgørelse for Færøerne om godkendelsen som adoptant.

Liðugfráboðan til eftirlits av Brunaávaringarskipan

Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál

Viðvíkjandi: P/f Tryggingarfelag Føroyar yvitekur virkisøkið frá P/f Trygd

11. december (Indsendelsesbekendtgørelsen) Kapitel 1 Anvendelsesområde

Skatta- og avgjaldsmál avgerðir

Gamlar myndir úr Norðuroyggjum

Tórshavn 3. apríl Viðmerkingar til byggilógina v/petur Olsen

Løgtingsmál nr. 84/2010: Uppskot tilríkislógartilmæli um gildiskomu í Føroyum av lóg um Fólkatingsumboðsmann. U p p s k o t. til

Álit viðvíkjandi klagum um starvssetanir í Suðuroyar musikkskúla. Við skrivi, dagfest 16. februar 2014 sendi A umboðsmanninum soljóðandi klagu:

Løgtingsmál nr. xx/2008: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tænastumenn landsins. Uppskot. til

Under arbejdet med kunngerðini er jeg blevet opmærksom på 3 områder i loven, jeg mener vi lige må tænke over en ekstra gang.

Álit viðvíkjandi klagu um vantandi frítøku frá at rinda til føroyska eftirlønarskipan

Kanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum

DOM. Under denne sag, der er anlagt den 16. august 2010, har sagsøgerne, A, B, C, D, E, F, H, I, J og K, nedlagt påstand om:

Klagan til TV2. Hvat kann gerast. Upplivdi illveðrið í 1932, ið beindi fyri formanni í FF. Livravirkið á Eiði. Frásøgn hjá Andrew Godtfred:

Almannastovan. Almannastovan. Skjal 11. Dagur J. nr I. Almanna- & Heilsumálastýrið Fyrisitingardeildin Eirargarður Tórshavn

Børn og doyving Kunning til foreldur

Fíggjarmálaráðið. Løgtingið Dagfesting: 7. februar 2018 Mál nr.: 17/ Málsviðgjørt: JEK

Bygnaðarbroytingar, tænastumenn og grundgevingar

LANDSGRANNSKOÐANIN. Frágreiðing. um umskipanina av Føroyagrunninum frá 1971 til ein sjálvsognargrunn. latin løgtingsgrannskoðarunum

Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar

Heilsu- og innlendismálaráðið

Uppskot. til. løgtingslóg um rættindi løntakaranna í sambandi við, at landsstýrið yvirtekur mál og málsøki frá ríkismyndugleikunum

Løgtingsmál nr. 59/2014: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar

Konference om affald på havet

Heilsu- og innlendismálaráðið. Løgtingið Dagfesting: 02. nov Mál: 16/

Løgtingið Tórshavn, tann 9.juni 2015 J.nr.: 12/ Løgtingsmál nr. / 2015: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar søloven

Landsstýrismálanevndin hevur viðgjørt málið á fundum 30. oktober 2012, 22. januar, 21. mars og 11. apríl 2013.

Námsferð 25. mai 5. juni 2017

MÁL FYRI OPNUM HURÐUM KL

V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð

Kirkjuligt Missiónsblað

Heilsu- og innlendismálaráðið

Løgtingsmál nr. 115/2011: Uppskot til løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin) Uppskot. til. løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin)

FRÁGREIÐING TOLLMÁLIÐ HJÁ P/F N. NICLASEN, SØRVÁGUR

Advokatskrivstovan Fr. Petersensgøta

Kunngerð um stuðul til hoyritól, sum seinast broytt við kunngerð nr. 21 frá 3. apríl 2013

Løgmansskrivstovan. Løgtingið Dagfesting: 11. november 2016 Mál nr.: /16 Málsviðgjørt: GJ

Søgan um "Vesturhavið Blíða"

23 Uppskot til løgtingslóg um umskipan av Føroya Lívstrygging Skjal 2

Vinnukærunevndin - avgerðir

Marius smíðar bát í Íslandi. ALS 10 ár. Stór frásøgn frá hátíðarhaldinum. Bjarni Djurholm má steðgast og fiskimonnum má vera tryggjað rættindi.

V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

LØGMANSSKRIVSTOVAN LØGDEILDIN

Álit. Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 11. desember 2009, og eftir 1. viðgerð 16. desember 2009 er tað beint Vinnunevndini.

Felagslívstrygging. fyri limir í Føroya Fiskimannafelag. Havnar Arbeiðsmannafelag Føroya Arbeiðarafelag. Felagslívstrygging

HEVUR JESUS NAKRAN TÝDNING

Sigurd fekk medalju fyri sigling í krígstíð í Íslandi

Grannskoðaraeftirlitið. Grannskoðaraeftirlitið. Ársfrágreiðing. Almannakunngjørd 23. juni 2017

Álit. viðvíkjandi. víðkan av føroysku útbúgvingarstuðulsskipanini til allar lesandi føroyingar uttanlands

Uppskot. til. Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar soljóðandi lóg:

23 Uppskot til løgtingslóg um umskipan av Føroya Lívstrygging Skjal 0. Frágreiðing um umskipan av Føroya Lívstrygging til partafelag

Bekendtgørelse af overenskomst af 2. februar 2007 med Island om den maritime afgrænsning mellem Færøerne og Island

Dátueftirlitið Tinganes - Postboks Tórshavn Telefonnr:

Orðið eigur í føroyskari felagsverklóg 1

2 Stk. 2. Løgtingslóg nr. 78 frá 12. juni 1986 um eldsbruna o.a. fer úr gildi 31. desember 2008.

GERÐABÓK apríl 2011 Formansins merki: Dato: 14. apríl 2011 kl Stað: Býráðssalurin Málsnr:70/11-88/11. FUNDARLEIÐARI: Heðin Mortensen

Løgtingsmál nr. 19/1998. Uppskot til ríkislógartilmæli um lov om videnskabsetisk komitésystem og behandling af biomedicinske forskningsprojekter

Frágreiðing um barnaforsorg

Bókhaldsvegleiðing. Elektronisk varðveitsla av roknskapartilfarið og atgongd hjá almennum mynduleikum til roknskapartilfar

Alternativur flogvøllur í Føroyum.

Vegleiðing at dagføra GPS-kort. Tillukku við tínum keypi av GPS-korti. Kortið fevnir um Føroyar.

Kirkjuligt Missiónsblað

Akademiútbúgvingin. Próvtøkan juni Føroya Handilsskúli

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

Fakturablanketten virk.dk. 1 At senda elektroniskar rokningar við fakturablanketten

HEILSUMÁLARÁÐIÐ. Til: hoyringspartar

Løgtingið Tórshavn, tann 7. mars 2016 J.nr.: 15/00233

Frágreiðing frá Skipaeftirlitinum um arbeiðsvanlukku umborð á Túgvusteini hin

ANORDNING NR. 884 FRÁ 8. DECEMBER 1999 OM IKRAFTTRÆDEN FOR FÆRØERNE AF LOV OM ANSÆTTELSE I STILLINGER I FOLKEKIRKEN M.V.

Uppskot. til. Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta soljóðandi uppskot til kongliga fyriskipan í gildi fyri Føroyar:

LØG M A N S S K R I V S T O V A N. P r i m e M i n i s t e r s O f f i c e

Innangarðsútskifting í Kvívík

V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð. Løgtingið Tórshavn, tann 1. desember 2014 Vmr. J.Nr.: 14/

Frágreiðing. frá. fráboðaðum eftirlitsvitjanum

Grannskoðaraeftirlitið. fghjklæøzxcvbnmqwertyuiopåasdfghj. Ársfrágreiðing og 2010

Transkript:

Tórshavn, tann 09. desember 2010 J.Nr.: 201000043 / 17 (at tilskila í svari) Tykkara J.nr. Álit viðvíkjandi handfaring av umbøn um innlit í byggimál hjá Tórshavnar kommunu. A hevur í skrivi, dagfest tann 7. apríl 2010, sent umboðsmanninum soljóðandi klagu: Evni: Klagu um manglandi innlit, manglandi kæruvegleiðing og ónøktandi málsviðgerð Mál um frávik frá byggisamtykt Tórshavnar kommunu á matr. Nr., j.nr. Klaga verður um noktan av innliti, fráboða í telduskrivi tann 14. mars í ár, har ikki verður givin nøkur kæruvegleiðing, og sigast má, at málsviðgerðin er ónøktandi og stríð við góðan fyrisitingarsið. Málsviðgerðin hjá kommununi hevur tíðiliga aðra fatan av veruligu umstøðunum í málinum enn borgarin, men svarar ikki uppá innlitsumbøn. Brævið frá kommununi verður sent í telduposti í dag. Heitt verður á Løgtingsins umboðsmann um at taka málið til viðgerðar. Málsgongd Klagarin hevur í skrivi 30. august 2009 sent Tórshavnar kommunu soljóðandi skriv: B, eigari av nevndu ogn, hevur heitt á meg um at umboða seg í hesum máli. Heitt verður á tykkum um at broyta byggiloyvi til bilhús - um neyðugt veita frávik frá byggiloyvi og lata eigara gera bilskúr við mátimum 7m x 5m = 35 fermetur. Sum greitt frá, er talan sanniliga um "minni frávik" - minni enn ein fermetur - og økið aftanfyri húsini gerst bæði nógv nýtiligari og tryggari, um bygt verður eftir hesum umsókta fráviki. Um so er, at hetta frávik ikki verður givið, ella at drúgvari málsviðgerð spyrst burturúr, fari eg at heita á tykkum um at lýsa málið nærri, serliga: at geva mær innlit í skjalayvirlit í nevndu journalmálum; at greiða nærri frá heimildini at áseta støddina til 32 fermetur, vísandi til almennu byggisamtyktina "Kap, 4, 25. stk, 6b." - í byggisamtyktini á heimasíðuni stendur 35 fermetur - og onki stk. 6b er í 25 í Kap. IV. at geva mær innlit til samanberingar í byggiloyvi givin til hús og bilhús í blokkinum...-..., harav nevnda matr, nr. er... á henda hátt: matrikulkort vísandi veruligu bygningarnar; uppgerð yvir vídd í givnum byggiloyvi samanborið við faktiska stødd. at geva mær avrit av skjølum, ið greina kommununar almennu stevnumið fyri viðgerðini av hesum málssløgum. jb, lóg um alment innlit 8, stk 1, litra 4. Tann 14. september 2009 sendi Tórshavnar kommuna klagaranum svar, sum m.a. var soljóðandi: 1

Í samband við at tú nú umboðar B viðvíkjandi byggiloyvinum til bilhús, hevur byggideildin hesar viðmerkingar: 3. 1. sept. 2009 fáa vit skriv frá tær, har tú m.a. skrivar, at givna loyvi uppá 8x4m, ger at gloppið millum bilskúr og húsið bert verður uml. 0,6m. Her skal viðmerkjast, at byggiloyvið er givið til bilhús við mátinum 4x7m. 4. At enda skal verða sagt frá, at byggideildin ikki metir 7 fermetrar uttanfvri byggiøki til bilhús er eitt lítið frávik. Henda avgerð kann kærast til: Føroya Kærustovn Kærunevndin í lendismálum Postboks 45 Fo-110 Tórshavn. Tann 8. mars 2010 sendi klagarin Tórshavnar kommunu eitt áminningarskriv við sama innihaldi, sum hann sendi kommununi tann 1. september 2009. Av tí at Tórshavnar kommuna metti, at klagarin ikki hevði sæð svarið í teldupostinum frá kommununi tann 14. september 2009, sendi kommunan tann 10. mars 2010 m.a. soljóðandi teldupost til klagaran saman við einum avriti av teldupostinum frá 14. september 2009: Henda teldupostin sendi eg tær 14. sept. 2009, tú nevnir einki um hann í tínum brævi, so kanska tú als ikki hevur fingið hann? Um tú framvegis ikki er nøgdur, so vildi tað verið hópin lættari um tú (tit) vendu tykkum til byggideildina og avtalaðu ein fund um málið. Tann 25. mars 2010 fekk Tórshavnar kommuna eitt borið bræv frá klagaranum, sum m.a. er soljóðandi: Tit hava sent mær telduskriv tann 14. mars í ár (Mín viðmerking: 10. mars 2010). Tit skjóta upp fund um málið, sera jaligt at hoyra, loyvi mær at vísa á týsdagin 13. apríl kl. 15:30. Men viðvíkjandi innliti er skrivið heldur torgreiðari. Sendið vinarliga umbidna tilfarið alt fyri eitt, so eg havi tað undan fundinum. Vanliga innlitsfreistin er langt síðani farin, so eg vænti at tilfarið verður borið ella sent, so eg havi tað í seinasta lagi í morgin, fríggjadagin 26. mars. Tann 8. apríl 2010 sendi Tórshavnar kommuna klagaranum ein teldupost, sum m.a. er soljóðandi: Fyrst av øllum skal eg boða frá, at uppskotið hjá tær um ein fund týsdagin 13. apríl kl. 15:30 er ok. Tú vendir tær bert til Snarskivuna, so verður tú vístur inn á Byggideildina. Tú biður um innlit í 50 byggimál, uttan at verða serliga konkretur, hetta er sera drúgvført arbeiðið og sum kanska vísir seg at verða óneyðugt eftir at vit hava tosað saman. Eg sendi tær eitt kort yvir byggifelt á 300m2 stykkjum í..., ið allir ánarar hava fingið saman við fyribilsskeytinum frá kommununi fyri árum síðan. Eg havi biðið D frá løgdeildini hjá kommununi vera við á fundinum. Við vón um at fundurin tann 13. apríl kann loysa upp fyri møguligum misskiljingum. Tann 12. apríl 2010 móttók Løgtingsins umboðsmaður klaguna frá klagaranum. Tann 15. apríl 2010 sendi Tórshavnar kommuna klagaranum soljóðandi bræv:

Ætlanin við fundinum ið verða skuldi týsdagin var, at fáa greiði á um neyðugt varð við so umfatandi arbeiði at geva innlit í øll 50 málini. Vit ynsktu eitthvørt meira konkret at leita eftir. So høvdu vit helst kunnað avgreitt flestu misskiljingar. Men ístaðin fyri hevur tú valt at kæra til Løgtingsins Umboðsmann. Sagt skal verða frá, at arbeiðið at finna øll tíni umbidnu mál er farið ígongd, og eg sendi tær ein teldupost, tá ið tilfarið er klárt til tín at gjøgnumganga. Væntandi verður hetta mánadagin tann 19. apríl. Hetta eru uppruna mál so tey verða ikki útflýggjaði, men tú ert vælkomin sjálvur at biðja um øll tey avrit, ið tú metir hava týdning í málinum. Vit eru til taks. Tú fært tey umbidnu málini frá P101 til P150, men ikki P100 av tí at hetta ikki finst. Tann 19. apríl 2010 sendi Tórshavnar kommuna klagaranum eitt telduskriv, har kommunan boðar klagaranum frá, at nú er klárt at koma á byggideildina at gjøgnumganga tey umbidnu skjølini. Tann 26. mai 2010 sendi Tórshavnar kommuna klagaranum soljóðandi bræv. Eins og áður fráboða í telduposti 19. apríl 2010 hevur rúgvan av tínum umbidnu málum ligið á mínum borðið síðani tá. M.a. er ein rúgva av tekningum sum eru størri enn A3, og tær hava vit ikki møguleika fyri enn at taka avrit av í einum, og kanska er hetta heldur ikki neyðugt! Um tú framvegis hevur áhuga fyri øllum hesum umbidnu byggimálum, so ræður um at skunda sær! Journalurin ynskir, at fáa øll hesi uppruna málini upp á pláss aftur í seinasta lagi fríggjadagin tann 11. juni 2010 kl. 12:00. Vit á byggideildini eru til tína tænastu, at taka avrit av øllum tínum ynskjum. Partshoyring Umboðsmaðurin gjørdi av at kanna hetta málið nærri, og við skrivi, dagfest tann 13. apríl 2010, varð klagan send Tórshavnar kommunu til ummælis við eini freist áljóðandi 4 vikur. Samstundis varð Tórshavnar kommuna biðin um at lata umboðsmanninum øll skjøl í málinum til láns. Tann 5. mai 2010 sendi Tórshavnar kommuna umboðsmanninum soljóðandi viðmerkingar: Svarskriv viðv. klagu til Løgtingsins Umboðsmann frá A viðv. j.nr.. Klagan sjálv hevur j.nr.. A hevur í skrivi frá 7. apríl 2010, sum er komið kommununi í hendi tann 14. apríl kært til Løgtingsins Umboðsmann um noktan av innliti, manglandi kæruvegleiðing og ónøktandi málsviðgerð í stríð við góðan fyrisitingarsið. Niðanfyri fylgir ein gjøgnumgongd við viðmerkingum av byggimálinum og málinum um alment innlit í teirri raðfylgju, skjølini eru journaliserað í skipanini hjá Tórshavnar kommunu. Av tí at tað bert er spurningurin um alment innlit, sum klagað er um, verður bert hesin parturin endurgivin her: 14. apríl 2008 kemur aftur ein umsókn frá B um at byggja eitt bilhús á 5x7m á matr. nr. 27. mai 2008 fær umsøkjarin skriv um, at umsóknin ikki verður gingin á møti. Orsøkin er, at í treytinum fyri 300m 2 stykkini stendur, at bilhúsið skal byggjast innanfyri skraveringina av økinum, ið er lagt av til bilhús, vísandi til viðlagda kort. (99)3.01. Og bilhúsið er størri enn ásetingarnar í skeytinum, vísandi til skeytið. Bilhús kunnu verða 4x8m = 32m 2 tilsamans, og umsøkjarin søkir um bilhús á 5x7m = 35m 2. Viðvíkjandi skjali 10 (Mín viðmerking: Omanfyri nevnda skriv, dagfest 27. mai 2008, til umsøkjaran) er at siga, at víst verður til "ásetingarnar í skeytinum, vísandi til skeyti." Ásannast skal, at nevnda tilvísing kundi verið neyvari, og víst skal verða á, at talan er um 10d, ið er lýst servituttbindandi á 3

matrikulin, og at greinin vísir til skjalið, sum øll, ið hava stykkið í útstykkingini, hava fingið útflýggjað saman við skeytinum. Sambært hesum skjali skal bilhús byggjast innan fyri skaveringina "økið til bilhús", og tað merkir, at bilhúsið ikki kann vera størri enn 4x8 metrar. Talan er um eina skipaða útstykking, og hesi krøv liggja á øllum stykkjum í útstykkingini. 4. nov. 2008 fær kommunan eina nýggja umsókn frá B um eitt bilhús við mátinum 4x7m. Henda nýggja umsóknin til bilhús leyk allar treytir, og tískil varð byggiloyvi útskrivað til umsøkjaran tann 19. nov. 2008. 1. sept. 2009 kemur skriv frá A vegna B, har hann biður kommununa broyta og um neyðugt veita frávik at lata eigaran gera bilskúr við mátinum 5x7m. Síðani skrivar A, at um kommunan ikki kann geva frávik, ella drúgvari málsviðgerð spyrst burtur úr, fer hann at heita á kommununa at lýsa málið nærri, serliga geva sær innlit í skjalayvirlitið í málinum, at greiða nærri frá einari orðing í almennu byggisamtyktini, at geva sær innlit í byggiloyvi til uml. 50 hús, herundir matrikulkort og uppgerð yvir vídd í givnum byggiloyvi samanborið við faktiska stødd og harumframt at geva sær avrit av skjølum, ið greina almennu stevnumiðini hjá kommununi fyri viðgerðina av hesum málssløgum. Í hesum sambandi skal viðmerkjast, at skrivið frá 30. august er rættiliga óítøkiligt, og talan tykist vera um eina treytaða innlitsumbøn, sum eftir øllum at døma bert skal takast til eftirtektar, um kommunan ikki beinanvegin kann veita klienti hansara frávik frá byggisamtyktini. Eisini skal viðmerkjast, at byggiloyvi til bilhús longu varð útskrivað tann 10. nov. 2008, og at A nú 10 mánaðir seinni ynskir at fáa tað útskrivaða byggiloyvið broytt samsvarandi umbønini um frávik. Í nýggju umsóknini er harumframt greitt, at A hevur misskilt byggiloyvið frá 19. nov. 2008, tí hann skrivar í brævinum, at byggiloyvi er útskrivað til eitt bilhús, sum er 8x4m. Rætta støddin er sambært byggiloyvinum 7x4m. Umsitingin ger vart við nøkur av hesum viðurskiftum í einum telduposti til A, sí skjal nr. 4.. 8. mars 2010 sendir A teknisku nevnd hjá býráðnum eitt skriv, sum er so at siga sama skriv, sum hann sendi tann 1. sept. 2009. Aftur her verður biðið um frávik frá byggisamtyktini til at byggja eitt bilhús við málinum 7x5m. Og um frávik ikki kann veitast, verður biðið um innlit í somu skjøl, sum biðið varð um í skrivinum frá 1. september. Eisini loyvir hann sær at vísa á 10-daga høvuðsregluna í innlitslógini 16, stk. 2. Av tí at skrivið frá 8. mars 2010 bendir á, at A ikki hevur sæð teldupostin frá 14. sept. 2009, verður nýggjur teldupostur sendur tann 14. mars (Mín viðmerking: 10. mars 2010), sí skjal nr. 6. Av tí at A onga viðmerking hevur til teldupostin frá 14. sept. 2009 sendir kommunan honum eitt avrit av fyrra teldupostinum og beyð honum harumframt til fundar her á byggideildini at tosa um málið.. Snarskivan fær eitt borið bræv frá A, sum er móttikið 25. mars. 2010. Av tí, at hetta bræv helst hevur stóran týdning í málinum verður endurgivið orðarætt: (Mín viðmerking: Brævið er endurgivið omanfyri undir málsgongdini). Teldupostur til A tann 8. apríl 2010 við góðkenning av hansara uppskoti til ein fund týsdagin 13. apríl kl. 15:30. Eisini verður skrivað, at A hevur biðið um innlit í 50 byggimál, uttan at umsóknin er serliga ítøkilig. Víst verður á, at hetta er sera drúgvført arbeiðið - eitt arbeiði, sum kanska vísir seg at verða óneyðugt, eftir at partarnir hava tosað saman. Við vón um at fundurin tann 13. apríl kann loysa upp fyri møguligum misskiljingum. Viðvíkjandi skjalið 7 og 8 (Mín viðmerking: Bræv frá klagaranum, dagfest tann 25. mars 2010 og bræv frá Tórshavnar kommunu, dagfest tann 8. apríl 2010) skal viðmerkjast, at fleiri starvsfólk hjá Tórshavnar kommunu áttu frídagar til góðar, sum tey valdu at nýta í Dimbuldagavikuni t.e. 29., 30., og 31. mars, og her ímillum var undirritaði. Ikki fyrr enn mikudagin 7. apríl varð undirritaði varugur við brævið frá A, ið varð skannað inn í skipanina tann 29. mars.

. Notat skrivað í málið av tí, at A ikki møtti til fundin ið hann sjálvur hevði ásett at vera tann 13. apríl 2010 kl. 15.30. D frá Løgdeildini í Tórshavnar kommunu og byggimálsviðgerðin E bíðaðu eftir honum til kl. 16:00, og eisini varð roynt at ringja til fartelefon hansara sum ringdi, men ikki varð tikin. Dagin eftir - tann 14. apríl 2010 - frættist frá journaldeildini, at A hevur kært Tórshavnar kommunu til Løgtingsins Umboðsmann. Teldupostur tann 19. apríl til A um, at nú er klárt hjá honum at koma inn á byggideildina at gjøgnumganga tey umbidnu málini. Viðmerkjast skal, at A framvegis ikki hevur sýnt áhuga fyri stóru rúgvuni av málum, sum hann sjálvur hevur biðið um. Men málini liggja framvegis her til fríða nýtslu. Við skrivi, dagfest tann 10. mai 2010, vórðu viðmerkingarnar hjá Tórshavnar kommunu sendar klagaranum til ummælis við einari freist áljóðandi 14 dagar. Tá umboðsmaðurin einki frætti aftur frá klagaranum, boðaði hann pørtunum frá við skrivi, dagfest tann 14. juni 2010, at málið fór at verða tikið upp til endaliga viðgerð. Niðurstøða Henda klagan snýr seg um handfaringina hjá Tórshavnar kommunu av eini umbøn frá klagaranum um innlit í skjalayvirlitini í byggimálunum hjá tí persóni, sum klagarin umboðaði, og 50 byggiloyvi til hús og bilhús í sama øki, sum húsini hjá tí, sum klagarin umboðaði. Klagarin vendi sær tann 1. september 2009 til Tórshavnar kommunu við umbøn um at fáa broytt byggiloyvið til eitt bilhús frá 8x4 m til 7x5 m. Klagarin bað samstundis, um umsóknin ikki varð játtað, um innlit í omanfyri nevndu skjøl. Tann 14. september 2009 gjørdi kommunan klagaran varugan við, at støddin á givna byggiloyvinum var 7x4, ikki 8x4, og at talan ikki var um eitt minni frávik frá givna loyvinum. Eitt hálvt ár eftir sendi klagarin kommununi skriv við so at siga sama innihaldi sum skrivi frá 1. september 2009. Kommunan gjørdi eftir hetta klagaran varugan við skrivið frá kommununi tann 14. september 2009 við upplýsingunum um støddina á givna byggiloyvinum. Kommunan tók í hesum umfarinum ikki støðu til innlitsáheitanina hjá klagaranum. Kommunan hevur greitt umboðsmanninum frá, at hon metti innlitsáheitanina vera treytaða, og at hon bert skuldi takast til eftirtektar, um hon ikki beinanvegin broytti givna byggiloyvið. Hóast kommunan ikki játtaði at broyta byggiloyvið, so haldi eg ikki grundarlag vera fyri at finnast at kommununi fyri ikki beinanvegin at taka støðu til innlitsáheitanina. Hetta grundi eg á, at kommunan beinanvegin skrivliga vendi sær til klagaran og gjørdi vart við, at hann hevði misskilt støddina á givna byggiloyvinum, og at klagarin ikki vendi aftur til kommununa um málið fyrr enn eitt hálvt ár seinni. Tann 25. mars 2010 vendi klagarin aftur til Tórshavnar kommunu við bornum brævi og bað um at fáa útflýggjað umbidnu skjølini. Kommunan svaraði klagaranum aftur 14 dagar seinni við soljóðandi teldubrævi: Tú biður um innlit í 50 byggimál, uttan at verða serliga konkretur, hetta er sera drúgvført arbeiðið og sum kanska vísir seg at verða óneyðugt eftir at vit hava tosað saman. Eg sendi tær eitt kort yvir byggifelt á 300m2 stykkjum í..., ið allir ánarar hava fingið saman við fyribilsskeytinum frá kommununi fyri árum síðan.... 5

4, stk. 3 og 16 í innlitslógini eru soljóðandi: ( 4) Stk. 3. Áheitan sambært stk. 1 og 2 skal skila til tey skjøl ella tað mál, sum viðkomandi ynskir at gera seg kunnugan við... 16. Viðkomandi myndugleiki ger sum skjótast av, um ein áheitan um skjalainnlit kann verða gingin á møti, og um hann, sum er komin við áheitanini skal verða gjørdur kunnugur við skjøl soleiðis, at hann fær høvi til at síggja tey á staðnum ella soleiðis, at hann fær eitt avrit ella makaskjal. Stk. 2. Er ein áheitan um skjalainnlit ikki gingin á møti ella noktað innan 10 dagar eftir, at viðkomandi myndugleiki hevur móttikið hana, skal myndugleikin boða viðkomandi frá, um orsøkina til hetta, og nær ein avgerð væntandi verður til skjals. Stk. 3. Landsstýrið ásetir reglur um gjald fyri avrit ella makaskjøl. Sambært 4, stk. 3 í innlitslógini skal ein áheitan um innlit skila til tey skjøl ella tað mál, sum viðkomandi ynskir at fáa innlit í. Hetta fyri at tað skal vera gjørligt hjá myndugleikanum at finna fram til umbidnu skjølini. Í teldubrævinum til klagaran 8. apríl 2010 sigur kommunan, at innlitsáheitanin ikki er serliga ítøkilig, og at arbeiðið við at finna málini fram er eitt sera drúgvført arbeiðið. Hesum eri eg ikki samd í. Klagarin bað sambært innlitsáheitnini um innlit í skjalayvirlitini í tveimum ítøkiligum byggimálum hjá kommununi umframt byggiloyvi til 50 hús v.m. í sama øki sum húsini hjá tí persóni, sum klagarin umboðaði. Innlitsáheitanin er eftir mínari meting sera ítøkilig, og hon leyk tískil krøvini í 4, stk. 3 í innlitslógini. Um so var, at kommunan var í iva um hvat tað var, sum klagarin ynskti at fáa innlit í, hevði kommunan sambært vegleiðingarskylduni í 7, stk. 1 í fyrisitingarlógini (løgtingslóg nr. 132 frá 10. juni 1993 um fyrisitingarlóg), skyldu at venda sær til klagaran fyri at biðja hann útgreina hetta. Eftir at klagað varð til mín 7. apríl 2010 kunnaði Tórshavnar kommuna í teldubrævi tann 19. apríl 2010 klagaran um, at umbidnu skjølini vóru klár at gjøgnumganga. 16, stk. 1 sigur ikki beinleiðis, at ein umsøkjari hevur rætt til at fáa avrit av skjølum, sum eru fevnd av rættinum til innlit. Hinvegin gevur 16, stk. 3 í lógini landsstýrinum heimild til at áseta gjøld fyri avrit og makaskjal. 16, stk. 3 í føroysku lógini, er ein beinleiðis avskrift av samsvarandi regluni í donsku lógini, soleiðis sum hon var orðað, tá føroyska lógin var samtykt. Í viðmerkingunum til donsku lógina stendur viðvíkjandi 16 í Folketingstidende 1985/86 A, sp. 233 m.a.: Det forudsættes således, at begæringer om at få afskrift eller fotokopi kun afslås, når der er særlig begrundelse herfor, f.eks. dokumenternes karakter, antallet af dokumenter, eller deres form. Út frá hesum haldi eg, at klagarin ikki bert kann fáa avrit, men eisini eigur at fáa tað, uttan so at hetta gevur serligar trupulleikar, soleiðis sum nevnt í viðmerkingunum til donsku lógina. Vísandi til hetta havi eg onga viðmerking til, at kommunan biður klagaran koma at gjøgnumganga tekningar, sum eru størri enn A3, og sum møguleiki ikki er at avrita. Hvat viðvíkur hinum umbidnu skjølunum, so er sum nevnt talan um 2 skjalayvirlit og byggiloyvini í 50 eyðmerktum málum. Eftir mínari meting er ikki talan um eina slíka mongd av skjølum, at tað gevur serligar trupulleikar ella krevur lutfalsliga nógva starvsfólkaorku at avrita skjølini. Eg fari tí at mæla kommununi til at venda sær til klagaran fyri at vita um hann framvegis hevur áhuga í skjølunum, og um so er, at senda klagaranum tey umbidnu skjølini. Eg haldi tað heldur ikki vera nøktandi, at tað tekur Tórshavnar kommuna 14 dagar at svara skrivinum frá klagaranum frá 25. mars 2010, jbr. 16, stk. 2. Vísandi til viðmerkingar mínar um handfaringina av innlitsáheitanini í tíðarskeiðnum eftir tann 25. mars 2010, fari eg samanumtikið at geva kommununi eina átalu fyri handfaringina av innlitsáheitanini. Burtursæð frá givnu átaluni, geri eg ikki meira við hetta málið.

Vinarliga Sólja í Ólavsstovu umboðsmaður 7