Løgtingsmál nr. 126/2007: Uppskot til løgtingslóg um havnir. Uppskot. til. løgtingslóg um havnir

Relaterede dokumenter
Fíggjarmálaráðið. Løgtingið Dagfesting: 7. februar 2018 Mál nr.: 17/ Málsviðgjørt: JEK

Løgtingið. Tórshavn, tann 24. februar 2009 Vmr J.Nr.:

Sagsøgeren har påstået sagsøgte dømt til at betale kr. med procesrente fra den 26. juni 2003, subsidiært procesrente fra den 22. april 2008.

Heilsu- og innlendismálaráðið

Heilsu- og innlendismálaráðið

Løgtingið Argir, 29. februar Løgtingsmál nr. 70/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tollsatsir.

Løgmansskrivstovan. Løgtingið Dagfesting: 11. november 2016 Mál nr.: /16 Málsviðgjørt: GJ

Løgtingsmál nr. 59/2014: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar

Løgtingið Tórshavn, tann 9.juni 2015 J.nr.: 12/ Løgtingsmál nr. / 2015: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar søloven

INNANHÝSIS. Uppskot til. Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af ændringslove til lov om luftfart

Givið út 30. mai 2017

Løgtingsmál nr. 84/2010: Uppskot tilríkislógartilmæli um gildiskomu í Føroyum av lóg um Fólkatingsumboðsmann. U p p s k o t. til

V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð

Uppskot. til. løgtingslóg um rættindi løntakaranna í sambandi við, at landsstýrið yvirtekur mál og málsøki frá ríkismyndugleikunum

Dátueftirlitið Tinganes - Postboks Tórshavn Telefonnr:

LØG M A N S S K R I V S T O V A N. P r i m e M i n i s t e r s O f f i c e

Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding av elinnleggjarum

Under arbejdet med kunngerðini er jeg blevet opmærksom på 3 områder i loven, jeg mener vi lige må tænke over en ekstra gang.

Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging

F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F F I N A N C E. Løgtingið

Uppskot til. Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar

V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð

Konference om affald på havet

Heilsu- og innlendismálaráðið. Løgtingið Dagfesting: 02. nov Mál: 16/

Løgtingsmál nr. xx/2008: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tænastumenn landsins. Uppskot. til

Løgtingið Tórshavn, tann 7. mars 2016 J.nr.: 15/00233

Løgtingsmál nr. 115/2011: Uppskot til løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin) Uppskot. til. løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin)

Løgtingið 26. oktober 2017 Mál nr: 16/00009 Málsviðgjørt: JPP

forbindelse med både ansættelse, ændring i ansættelsesforhold og ved afslutning af ansættelsen.

V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð. Løgtingið Tórshavn, tann 1. desember 2014 Vmr. J.Nr.: 14/

Álit um stýrisskipanarviðurskifti Føroya

F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F F I N A N C E. Løgtingið

Landsstýrismálanevndin hevur viðgjørt málið á fundum 30. oktober 2012, 22. januar, 21. mars og 11. apríl 2013.

HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ

Uppskot til. ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar partar av broytingum í hjúnabandslógini og rættarvirknaðarlógini

Gamlar myndir úr Norðuroyggjum

LØG M A N S S K R I V S T O V A N. P r i m e M i n i s t e r s O f f i c e

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

INNLENDISMÁLARÁÐIÐ. Uppskot til løgtingslóg um ítróttarvedding

Løgmansskrivstovan. Løgtingið Dagfesting: 21. desember 2016 Mál: 16/

INNLENDISMÁLARÁÐIÐ. Uppskot til løgtingslóg um ítróttavedding

11. december (Indsendelsesbekendtgørelsen) Kapitel 1 Anvendelsesområde

- Webundersøgelse, Fólkaskúlaráðið, oktober Fólkaskúlaráðið. Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på

Tinganes - Fo-100 Tórshavn Faroes Tel: (+298) Fax: (+298)

Mentamálaráðið. Løgtingið Dagfesting: Mál nr.: 16/ Málsviðgjørt: BB/TVR

LØG M A N S S K R I V S T O V A N. P r i m e M i n i s t e r s O f f i c e

Uppskot. til. Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta soljóðandi uppskot til kongliga fyriskipan í gildi fyri Føroyar:

Heilsu- og innlendismálaráðið

Samandráttur av øllum uppskotunum

Løgtingið Tórshavn, tann 3. mars 2015 VMR j.nr.: 15/00009 Viðgjørt: SPS

Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland

Løgtingsmál nr. xx/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt (dagstovnaráð og avtøka av kærurætti) Uppskot

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Uppskot. til. Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar soljóðandi lóg:

Tinganes - Fo-100 Tórshavn Faroes Tel: (+298) Fax: (+298)

Løglisti * Partur II F RÁGREIÐING LØGMANS Á ÓLAVSØKU 2009

LØGMANSSKRIVSTOVAN LØGDEILDIN

Álit. viðvíkjandi klagu um manglandi svar upp á innlitsumbøn

Løgmansskrivstovan. Løgtingið Dagfesting: 16. februar 2017 Mál nr.: /16 Málsviðgjørt: GJ/NF

Vegleiðing um krøv í løgtingslóg um tryggingarvirksemi til nevndarlimir og stjórnarlimir um førleika og heiðursemi (fit & proper)

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ. Uppskot. til

Kunngerð. grannskoðaraváttanir v.m.

Kanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Klagan til TV2. Hvat kann gerast. Upplivdi illveðrið í 1932, ið beindi fyri formanni í FF. Livravirkið á Eiði. Frásøgn hjá Andrew Godtfred:

Tórshavn 3. apríl Viðmerkingar til byggilógina v/petur Olsen

LØGMANSSKRIVSTOVAN LÓGARTÆNASTAN. Rundskriv

(Uppskot til) Løgtingslóg um djóravælferð (Djóravælferðarlógin) Kapittul 1 Almennar ásetingar

ALMANNA- OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ

Grannskoðaraeftirlitið. fghjklæøzxcvbnmqwertyuiopåasdfghj. Ársfrágreiðing og 2010

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

Løgmansskrivstovan. Løgtingsmál nr. xx/201x: Uppskot til broyting í lovbekendtgørelse om straffeloven

Advokatskrivstovan Fr. Petersensgøta

Løgtingsmál nr. 51/2008: Uppskot til løgtingslóg um at høvuðsumvæla, útbyggja og nútíðargera Landssjúkrahúsið. Uppskot. til

Løgtingið. Tórshavn, tann 7. mars 2016

VINNUMÁLASTÝRIÐ SAMSKIFTISDEILDIN

Løgmansskrivstovan. Løgtingið Dagfesting: 28. november 2018 Mál nr.: /16 NF

Løgtingsmál nr. 68/2016: Uppskot til løgtingslóg um føroyskan kortmyndugleika. Uppskot til. Løgtingslóg um føroyskan kortmyndugleika

Heilsu- og innlendismálaráðið

Løgtingsmál nr. 174/2007: Uppskot til løgtingslóg um marknaðarføring. Uppskot. til. løgtingslóg um marknaðarføring

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

Liðugfráboðan til eftirlits av Brunaávaringarskipan

HEILSUMÁLARÁÐIÐ. Til: hoyringspartar

Grannskoðaraeftirlitið. Grannskoðaraeftirlitið. Ársfrágreiðing. Almannakunngjørd 23. juni 2017

2 Stk. 2. Løgtingslóg nr. 78 frá 12. juni 1986 um eldsbruna o.a. fer úr gildi 31. desember 2008.

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ. Løgtingsmál nr. 155/2009: Uppskot til løgtingslóg um útleigan av bústøðum (leigulógin) Uppskot. til

Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin. Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014

Álit Viðvíkjandi klagu um vantandi fráboðan, grundgeving og kæruvegleiðing í avgerðum hjá TAKS

Givið út 1. juli 2016

Kommunur, eindir og uppgávur 2009

Løgtingsmál nr. 128/2007: Uppskot til løgtingslóg um at brúka kirkju og um limaskap í fólkakirkjuni Uppskot. til

Álit. viðvíkjandi klagu um vantandi innlit í mál um keyp av heimasíðu hjá Kringvarpi Føroya

BORNE- OG SOCIALMINISTERIET HEILSU- OG INNLENDISMÅLARÅDID. Felags yvirlysing i sambandi vid yvirtøku av målsøkinum "persons-, husf61ka- og arvarætti"

Løgtingsmál nr. 148/2008: Uppskot til løgtingslóg um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir (grannskoðaralógin) Uppskot.

Álit. Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 1., 10. og 15. desember 2015, 19., 21. og 26. januar, 9., 16., 23. og 25. februar, 1. og 7. mars 2016.

Javntekstur og lykil. Galdandi orðingar í ættleiðingarlógini samanbornar við broyttu orðingarnar í uppskotinum til ættleiðingarlógarlóg

23 Uppskot til løgtingslóg um umskipan av Føroya Lívstrygging Skjal 0. Frágreiðing um umskipan av Føroya Lívstrygging til partafelag

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál. Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess

Mentamálaráðið. Løgtingið Dagfesting: Mál nr.: 16/ Málsviðgjørt: BB/TVR

LEIÐREGLUR FYRI EMBÆTISFÓLK Í LANDSFYRISITINGINI

Transkript:

Fólkaflokkurin Sambandsflokkurin Sjálvstýrisflokkurin Løgtingið Løgtingsmál nr. 126/2007: Uppskot til løgtingslóg um havnir Uppskot til løgtingslóg um havnir Kapittul 1 Øki og allýsingar 1. Lógin er galdandi fyri havnir, sum verða nýttar til avgreiðslu av skipum, farmi, akførum, persónum og fiski o. tíl. Stk. 2. Lógin er eisini galdandi fyri havnarfasilitetir í sambandi við vernd av havnum, sbr. 6, sum avgreiða hesi skip í altjóða sigling: 1) ferðafólkaskip 2) farmaskip upp á 500 BT ella meira, ella 3) offshore boripallar, sum sjálvstøðugt kunnu flyta seg. Stk. 3. Lógin er harumframt galdandi fyri smábátahavnir, tá hesar eru ein natúrligur partur av eini havn, fevnd av stk. 1. Stk. 4. 3, 4 og 10 eru tó eisini galdandi fyri aðrar havnir enn tær, sum eru nevndar í stk. 1. 2. Allýsing av hugtøkum 1) Við havn er at skilja eitt øki, har skip kunnu liggja bundin ella fyri akker, vard ímóti streymi, aldum og vindi. 2) Við bryggju er at skilja ein atløgusíða fram við eini útfylling, har skip kunnu leggja at ella liggja bundin. 3) Við red er at skilja tað sjóøkið uttanfyri og hoyrandi til eina havn, har skip kunnu liggja fyri akker. 4) Við havnafasilitetir er at skilja eitt øki, har tað er beinleiðis samband millum havnarverklagið og skipið, herundir bíðipláss, innsiglingarøki, virkiskai, uppskipanarbrýr og kaiir. 5) Við fastan útbúnað er at skilja tað, sum havnin er útgjørd við, t.d. atløgubryggjur, flotbrúgvar, ferjurampur, kranar o.a. 6) Við vitar er at skilja ein ljósgevi t.d. vitar og onnur føst sjósiglingarmerki (båker) á landi og ljósboyur inni í ella uttan fyri eina havn. Kapittul 2 Bygging, viðlíkahald og niðurtøka av havnum 3. Til bygging av nýggjari havn ella víðkan av eini verandi havn, t.d. við bygging av føstum útbúnaði, dýping og uppfylling á sjóøkinum innan fyri havnarmark, skal landsstýrismaðurin góðkenna byggingina. Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í loyvum sbrt. stk. 1 áseta reglur um burturtøku av útbúnaði og um gjald fyri kostnaðin av hesum. 4. Landsstýrismaðurin kann geva boð um umvæling á tryggan hátt av føstum

útbúnaði hjá havnini, ella um neyðugt er, at hesin útbúnaður skal takast niður. Kapittul 3 Móttøkuskylda 5. Havnir, har tað er almenn atgongd, hava skyldu at taka ímóti skipum uttan tá serstakar orsøkir eru til at nokta, at taka ímóti skipum. Viðkomandi almennir myndugleikar kunnu tó, tá umstøðurnar krevja tað, nokta øllum virksemi í havnum og skipalegum, herundir móttøku av skipum. Sama er galdandi fyri havnir, sum koma undir ásetingarnar í 1, stk. 2. Kapittul 4 Um at verja havnir 6. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð gera reglur um at verja havnarfasilitetir, sosum krøv til váðametingar, verndarábyrgdarar, verndarætlanir, verndarstig, verndarfeløg, verndarváttanir, verndarráð, eftirlit, venjingar, goymslu og samskifti. Landsstýrismaðurin kann í hesum sambandi loyva privatum at røkja ávísar uppgávur í sambandi við verndina. Stk. 2. Starvsfólk hjá landsstýrismanninum og onnur, ið sum ein liður í arbeiðinum fáa upplýsingar eftir teimum reglum, sum eru ásettar við heimild í stk. 1, hava undir ábyrgd, sbr. 152 og 152a-e í revsilógini, skyldu til at halda upplýsingarnar loyniligar fyri óviðkomandi, sbr. tó stk. 3. Stk. 3. Upplýsingar, sum eru fevndar av stk. 2, kunnu tó verða latnar útlendskum myndugleikum og altjóða felagsskapum í tann mun, tað verður gjørt sum avleiðing av altjóða avtalum ella bindingum. Kapittul 5 Bygnaðarskipanir v.m. 7. Havnarvirksemi kann sambært hesi lóg skipast og verða rikið sum partafelag. 8. Ásetingarnar í hesum kapitli um havnarvirksemi sbrt. 1 ganga fram um ásetingarnar í kommunustýrislógini, harundir 50. 9. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur fyri havnarvirksemi, heruppií um skipan og rakstur av havnarvirkseminum, serliga við atliti at tryggja nýtslurættin hjá brúkarum og vinnurekandi. Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um stovnan av havnarvirksemi í partafelagsformi, um umlegging av virksemi og yvirtøku av ogn og skuld v.m., í tann mun hesi viðurskifti ikki eru umfatað og fyriskipað í partafelagslógini, lógini um skrásetingargjøld og skattalógina. Stk. 3. Landsstýrismaðurin hevur somuleiðis eftirlit við øllum bygnaðarskipanum fyri havnir. Kapittul 6 Skilhaldsreglur 10. Landsstýrismaðurin ásetir standard skilhaldsreglur, og skulu skilhaldsreglurnar fyri havnir umfata: 1) reglugerð fyri skip, sum liggja fyri akkeri á redini, 2) ásetingar um innsigling og fráboðan, 3) ásetingar um fráboðan frá skipum um farm og vandamikið góðs umborð, 4) reglur fyri upp- og innskipan av vandamiklum góðsi, 5) reglur fyri havnaumsjón, 6) ásetingar um trygdartiltøk, tilbúgving og vakt, 7) ásetingar um fráboðanarskyldu. Stk. 2. Havnirnar áseta við støði í standard skilhaldsreglunum reglugerð fyri havnina, sum skal fevna um: 1) lýsing av, hvar redin/havnarmarkið er, 2) lýsing av, hvar markið fyri havnarøki er á landi og á sjónum,

3) tilvísing til yvirlitskort yvir havnina, 4) um so er, at havnin avgreiðir skip, sum eru fevnd av ISPS koduni, skal vísast til, hvar hesi økini eru, og ítøkiligar mannagongdir skulu vera fyri, hvussu skipaferðslan kann fara fram nærhendis hesum økjunum, 5) lýsing av, hvussu havnin er skipað, og hvør stendur fyri havnini, 6) ítøkiligar mannagongdir, 7) serreglur, sum ikki standa í felagsreglugerðini. Stk. 3. Ásetingarnar í stk. 2, nr. 1 og 2 skulu góðkennast av landsstýrismanninum. Kapittul 7 Revsing, gildiskoma, skiftiseglur v.m. 11. Við bót verður tann revsaður, sum ikki ger eftir boðum, givin sbrt. 4, 6 og 10. Stk. 2. Feløg v.m. (løgfrøðiligir persónar) koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini. 12. Í reglum, sum eru ásettar við heimild í hesari lóg, kann verða ásett, at brot á reglurnar verður revsað við bót. 13. Henda løgtinslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Samstundis fara úr gildi lóg nr. 7 af 30. januar 1875 om udfærdigelse af reglementariske bestemmelser for benyttelse af havner m.m., lóg nr. 127 af 29. april 1913 om anlæg af havne m.v. på Færøerne og løgtingslóg nr. 11 frá 31. mars 2004 um at verja havnir. Stk. 3. Reglur, ásettar við heimild í teimum í stk. 2 nevndu lógum, herundir viðvíkjandi rakstri av fleiri havnum í millumkommunalum samstarvi, verða galdandi við teimum í hesi lóg fylgjandi broytingum, til tær verða broyttar, settar úr gildi, ella til tær verða avloystar av reglum, settar við heimild í hesi lóg. Kap. 1. Almennar viðmerkingar 1. Endamálið við lógini Endamálið við hesum uppskoti til løgtingslóg um havnir er at fáa eina nútíðar lóg, sum er tillagað teimum viðurskiftum, sum havnir virka undir í dag. Málið er at fáa skipaðar reglar innan tey ymsu liðini, tá tað snýr seg um havnir. Eisini er málið at gera lóggávuna um havnir einfalda m.a. við at leggja løgtingslóg um at verja havnir saman við hesum uppskoti um havnir. Eisini er tørvur á at fáa skipaðar skilhaldsreglur, sum ikki hava verið virknar undir verandi skipan. Endamálið við uppskotinum hevur serliga verið, at fáa aðrar møguleikar fyri bygnaðarskipan fyri havnarvirksemi. Á vári í 2007 var settur ein arbeiðsbólk við umboðum frá Føroya Kommunufelag, Kommunusamskipan Føroya, Vinnumálaráðnum og Innlendismálaráðnum, sum skuldi koma við einum uppskoti til løgtingslóg um havnir. Uppskotsstillararnir taka undir við uppskotinum, sum arbeiðsbólkurin hevur gjørt, og leggia nú uppskotið fram sum uppskot um løgtingslóg um havnir. 2.Verandi lóg Virksemið hjá havnum er skipað eftir lov nr. 7 af 30. januar 1875 om udfærdigelse af reglementariske bestemmelser for benyttelse af havne m.m. Henda lóg hevur ásetingar um heimild at gera skilhaldsreglur fyri havnirnar. Hinvegin eru ongar

lógarreglur fyri fíggjarligu viðurskiftini hjá havnunum, heruppií hvussu havnirnar verða stýrdar, um havnarútbyggingar v.m. Av lógum, sum viðvíkja havnum, men sum ikki viðvíkja havnavirksemi, eru galdandi lov nr. 69 af 7. maj 1881 om forpligtelse af jords afgivelse til offentlige veje, havne og landingssteder, samt til offentlige skoler på Færøerne og lov nr. 127 af 29. april 1913 om anlæg af havne m.v. på Færøerne. Talan er um heimildir hjá tí almenna at ognartaka m.a. til havnaendamál ávikavist eina heimild til at lata gera Tórshavnar havn, vegagerð millum Sand og Skopun, v.m. Aðrar lógir, sum ikki beinleiðis eru havnalógir, hava tó eisini týdning fyri havnirnar. Nevnast kann kommunustýrislógin (Ll. nr. 87 frá 17. mai 2000), sum hevur serligan týdning, við tað at flestu havnirnar eru kommunalar. Ásetingarnar eftir kommunustýrislógini um t.d. forboð fyri at reka vinnuligt virksemi, uttan so at tað tænir einum almannagagnligum endamáli, avmarkingar mótvegis landsumsitingini í mun til ábyrgdarbindingar, veghald o. tíl., og avmarkingar mótvegis kommunustýrinum í mun til, at einki arbeiði má fara fram, fyrr enn neyðug játtan frá kommunustýrinum er tøk eru sostatt eisini beinleiðis galdandi fyri kommunalu havnirnar eftir nevndu lóg. Sjálvt um tað í einstøkum kommunum eftir skilhaldsreglum hjá havnini er ásett, at havnin skal verða rikin sum ein sjálvstøðug eind, m.a. roknskaparliga, vikar hetta ikki við útgangsstøði eftir kommunustýrislógini, um at havnin í mun til kommunustýrislógina er at javnmeta við annað kommunalt virksemi. Við heimild í lógini om udfærdigelse af reglementariske bestemmelser for benyttelsen af havne m.m. hevur verið gjørd ein kunngerð um skipa- og vørugjøld fyri havnir og bryggjur, har tað hevur verið ásett, hvørji gjøld havnirnar skulu taka fyri ymiskar veitingar. Kunngerðin er nú tikin av (t.e. ikki endurnýggjað), tá komið er eftir, at lógarheimild ikki hevur verið fyri kunngerðini. Uppskot hevur verið lagt fyri Løgtingið fyri at fáa ta vantandi lógarheimildina til vega, men hevur uppskotið ikki vunnið frama, m.a. við tí grundgeving, at føst skipa- og vørugjøld verða mett at kunna skaða kappingina millum havnirnar. Uppskotsstillararnir taka undir við sjónarmiðinum, sum sigur, at havnirnar eiga at hava møguleika fyri at virka eftir handilsligum treytum, hetta serliga havandi í huga, at havnavirksemi, í hvussu er, tá tað kemur til tær størru havnirnar, fyri størsta partin er grundað á inntøkur frá handilsligum fyritøkum, sum sjálvar arbeiða undir vanligum marknaðartreytum. Avtøkan av nevndu kunngerðini um skipa- og vørugjøld skapar eisini ein tørv á eini nærri regulering, undir hvørjum treytum havnirnar kunnu kappast, heruppií í mun til virkisøki og stuðul úr kommunalu kassunum. 3. Uppskotið Uppskotið til nýggja lóg um havnir er gjørt við støði í donsku lógini um havnir, men eru tó ymsar broytingar gjørdar, og við tí er atlit tikið at serligu føroysku viðurskiftunum. Uppskotið hevur allýsingar av hugtøkum viðv. eini havn, so sum redmark, havnarfasilitetir, fastur útbúnaður og vitar. Hesi hugtøk eru greidliga lýst at nýta hjá havnamyndugleikunum og teimum, sum hava við havnaviðurskifti at gera.

Í sambandi við yvirgangsvirksemi, sum m.a. havnir kunnu verða útsettar fyri, og fyri at tryggja havnirnar og samstundis at seta í verk tann partin av kapitli XI-2 í SOLAS (Safety Of Life At Sea) í altjóða sáttmálanum hjá IMO (International Maretime Organisation) og tann partin av tilhoyrandi ISPS kotuni (International Ship and Port Facility Code), sum snýr seg um havnir, varð løgtingslóg nr. 11 frá 31. mars 2003 um verju av havnum sett í gildi fyri Føroyar. Fyri at savna allar ásetingar viðv. havnavirksemi og havnatrygd undir eini lóg er lógin um vernd av havnum nú gjørd at verða partur av hesum uppskoti í óbroyttum líki. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð standard skilhaldsreglur, og er neyvari tilskilað, hvat felagsreglugerðin fyri havnir skal fevna um. Við hesi felagsreglugerð eru nógv viðurskifti viðv. skilhaldsreglum fingin í eina góða og brúkaravinarliga legu. Verður kunngerðin brotin, kann brotið revsast við bót. Somuleiðis er í uppskotinum áseting um, at havnirnar gera reglugerð fyri viðkomandi havn við støði í standard skilhaldsreglugerðini. Viðv. bygnaðarskipanum eru í donsku lógini serliga 2 bygnaðarskipanir nevnliga 1) ein statshavn og 2) ein kommunal havn. Umframt tær bygnaðarskipanir, sum eru í donsku lógini, hevur hetta uppskot eina bygnaðarskipan sum skapar møguleikar fyri, at havnarvirksemi kann skipast og verða rikið sum partafelag ella undir partafelagsformi. Uppskotið er ein sokallað serlóg og gongur altíð fram um eina generella lóg. Av tí sama fara ásetingarnar í hesum uppskoti eisini viðvíkjandi kapitli 5 at standa oman fyri kommunustýrislógina, t.d. 50, so sum neyvari er tilskilað undir serligu viðmerkingunum. Landsstýrismaðurin fær við uppskotinum heimild í kunngerð at áseta nærri reglur um viðurskifti viðv. bygnaðarskipanum. Sigast kann, at eftir lógaruppskotinum økjast virkismøguleikarnir hjá havnum undir handilsligum treytum at skipa virksemi sítt. 4. Stuttur samandráttur Samanumtikið kann hesin samandráttur gerast um uppskotið. Allýsing av øki. Uppskotið hevur allýsingar av hugtøkum viðv. eini havn, redmark,havnarfasilitetir, fastur útbúnaður og vitar. Hesi hugtøk eru greidliga lýst at nýta hjá havnamyndugleikunum og teimum, sum hava við havnaviðurskifti at gera. Fyri at savna allar ásetingar viðv. havnavirksemi og havnatrygd undir eini lóg er lóg um vernd av havnum nú blivin partur av hesum uppskoti í óbroyttum líki.

Uppskotið hevur eisini felagsreglugerð um skilhaldsreglur. Uppskotið hevur eina bygnaðarskipan, sum skapar møguleikar fyri, at havnarvirksemi sambært lógaruppskotinum kann skipast og verða rikið sum partafelag við tí endamáli at skapa møguleikar fyri handilsligum fortreytum fyri rakstrinum av virkishavnum. Uppskotið hevur ongar forðingar fyri, at havnavirksemið framhaldandi kann rekast sum í dag. Dentur er lagdur á, at ójavni ikki verður í kappingini. Hesir hoyringspartar fingu uppskotið, sum seinni varð framlagt við løgtingsmáli nr. 53/2007, til ummælis: Føroya Reiðarafelag Vinnuhúsinum Kommunusamskipan Føroya Føroya Kommunufelag Skipaeftirlitinum Vinnumálaráðnum Innlendismálaráðnum Fiskimálaráðnum Føroya Skipara- og Navigatørfelag Vaktar og Bjargingartænastuni Færøernes Kommando Víst verður til løgtingsmál nr. 53/2007, har ein samandráttur av ummælissvarunum og viðmerkingunum hjá arbeiðsbólkinum og Vinnumálaráðnum til hesi eru at finna. Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum Fíggjarligar avleiðingar A. Fyri landið Fyri landið verður mett, at uppskotið kann hava gagnligar fíggjarligar avleiðingar við tað, at um ein virkishavn fer at virka eftir handilsligum treytum, fer hetta ivaleyst at hava við sær økt virksemi, øktar inntøkur og økt fíggjarligt avlop, sum eisini fer at koma landinum til góðar. Tað er tó ikki møguligt at vísa neyvari á, hvussu nógv virksemi (tal/starvsfólk o.tíl.) mett verður, at uppskotið fer at hava við sær. Hinvegin fara ásetingarnar í uppskotinum at hava við sær økt virksemi innan fyrisitingina, sum møguliga kann hava nakað av útreiðslum við sær t.d. skeiðvirksemi og telduforrit v.m. B. Fyri kommunurnar Fyri kommunurnar gera somu viðurskifti seg galdandi, sum nevnd eru undir A. Fyri tær kommunur, har virksemið er nøktandi grundarlag fyri umskipan av verandi kommunalu havnum til havnavirksemi í partafelagsformi, verður mett, at tað rakstrarliga virksemið og fíggjarliga avlopið fer at hava positivar fíggjarligar avleiðingar við sær.

Stóri fyrimunurin við uppskotinum er, at kommunur við hesum uppskoti kunnu reka havnirnar á handilsligum grundarlagi. C. Fyri vinnuna Fyri vinnuna fer uppskotið helst at hava positivar avleiðingar við sær, við tað at virksemið eftir broyttum rakstrarformi, fer at økja um tænastustøðið og við tí økja um virkisføri, og fer hetta í hvussu er at hava sparingar í tíð við sær fyri vinnuna og øktan møguleika at náa fleiri uppgávur, sum so aftur kann geva meiri inntøku. Umsitingarligar avleiðingar Fyri landið verður mett, at uppskotið gevur nakað økt virksemi m.a. við, at landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri orðaðar skilhaldsreglur, nærri reglur um bygnaðarskipan og eftirlit við øllum bygnaðarskipanum fyri landið. Eisini fær Landsverk við hesum uppskoti fleiri uppgávur. Fyri kommunurnar fer uppskotið eisini at hava umsitingarligar avleiðingar við sær við øktum havnarvirksemi. Umhvørvisavleiðingar Umhvørvið hevur fingið umrøðu í hesum uppskoti m.a. viðvíkjandi ásetingunum í kapitli 2 um bygging, viðlíkahald og niðurtøku av havnum og kapitli 6 um skilhaldsreglur. Mett verður at tey tiltøk, sum kunnu gerast neyðug at bøta um ella endurnýggja eftir ásetingunum í kapitli 2 og at lúka ásetingarnar í kapitli 6, fer sum ein natúrlig fylgja at hava gagnligt árin á umhvørvið. 4. Avleiðingar fyri serstøk øki í landinum Uppskotið hevur ongar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum. 5. Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur Uppskotið hevur ongar avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur. Sosialar avleiðingar Uppskotið hevur ongar sosialar avleiðingar. Talva 1: Yvirlit yvir avleiðingar Fyri landið/ landsmyndugleikar Fyri kommunalar myndugleikar Fyri pláss/øki í landinum Fyri ávísar samfelagsbólkar felagsskapir Fyri vinnuna Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar Umsitingarligar avleiðingar Ja Ja Nei Nei Ja Ja Ja Nei Nei Nei

Umhvørvisligar avleiðingar Ja Ja Ja Nei Nei Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur Sosialar avleiðingar Nei Nei Nei Nei Nei Nei Kap. 3. Serligar viðmerkingar Til 1 1 hevur áseting um havnir. Minni havnir, sum í høvuðsheitum verða nýttar sum smábátahavnir, eru ikki fevndar av lógini, tó soleiðis, at reglurnar um bygging, ístandsetan, niðurríving, móttøkuskyldu og skilhald eisini eru galdandi fyri hesar havnir. 1 tekur bert atlit til havnir og ikki samstundis til havnafasilitetir, tí tann parturin, sum stk. 2 fevnir um, knýtir seg til verandi løgtingslóg um at verja havnir, sum ætlast at verða sett úr gildi við hesum uppskoti. Viðmerkingarnar til ásetingina í stk. 2 eru endurtiknar frá upprunaliga uppskotinum í sambandi við viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um at verja havnir, sum bleiv lagt fyri tingið tann 3. mars 2004 og kunnu viðmerkingarnar lesast í 6. Viðv. stk. 3 og 4. Smábátahavnir, sum eru ein natúrligur partur av eini havn, sum er fevnd av lógini, fylgja somu reglum, sum eru galdandi fyri havnina annars. Smábátahavnir, sum ikki hava natúrligt samband við eina slíka havn, og sum ikki verða nýttar til avgreiðslu av farmi, akførum, persónum ella fiski, eru bert fevndar av 2, 3 og 13. Til 2 Ásetingarnar í nr. 1 5 eru allýsingar av hugtøkum. Øki nr. 1 lýsir eina havn, sum kann vera innan fyri ein mola, t.d. ein brimgarð, men kann eisini fevna um eitt sjóøki, sum ikki liggur innan fyri ein mola, t.d. eitt vart øki við ein fjørð. Til eina havn hoyra øll tey verkløg og alt tað virksemi, sum knýtir seg til eina havn, t.e. bygningar, bíðipláss, kaiir, bryggjur, brimgarðar, vitar og innsiglingarljós. Øki nr. 3 er um redmark, ella red, sum er tað sjóøkið uttanfyri og hoyrandi til eina havn, har skip kunnu liggja fyri akker. Ein red kann hoyra til eina ella fleiri havnir, og ein havn kann hava eina ella fleiri redir. Hvar redirnar eru, og hvussu stór hesi økini eru, verður ásett og lýst í sjókorti, havnarkorti og í reglugerðum fyri tær einstøku havnirnar. Øki nr. 4 er um havnafasilitetir, sum er eitt øki, har tað er beinleiðis samband millum havnarverklagið og skipið, herundir bíðipláss, innsiglingarøki, virkiskai, uppskipanarbrýr og kaiir og skipasmiðjur.

Við øki nr. 5 er at skilja fastan útbúnað, og verður her sipað til tað, sum havnin er útgjørd við, t.d. atløgubryggjur, flotbrúgvar, ferjurampur, kranar o.a. Økið nr. 6 er um vitar, sum er ein ljósgevi í einum sjómerki, t.d. vitar og onnur føst sjósiglingarmerki (båker) á landi og ljósboyur inni í ella uttan fyri eina havn. Til 3 Eftir galdandi reglum krevst loyvi at byggja út á sjógv. Praksis er og verður framvegis, at hetta verður umsitið av Landsverki. Tað er útgangsstøðið, at loyvi til havnabygging verður givið, uttan so at serligar orsøkir eru til ikki at geva loyvi, t.d. vegna umhvørvis- ella siglingaratlit, ella um hetta verður í stríð við almenn áhugamál, t.d. kritiskan infrastruktur. Sambært stk. 1 skal landsstýrismaðurin góðkenna byggingina. Til 4 Ein regla um skyldu til at taka niður aftur eina havn er ein natúrlig avleiðing av, at møguleikarnir fyri at byggja nýggjar havnir, heruppií hjá privatum, eru víðkaðir. Til 5 Talan er um eina reglu, sum longu er galdandi sum vanlig meginregla. Talan er tó bert um havnir við almennari atgongd. Sum dømir um havnir, sum ikki hava almenna atgongd, kunnu nevnast havnir við avmarkaðari nýtslu, t.d. havnir, knýttar at einum elverki, oljureinsiverki ella skipasmiðjum. Móttøkuskyldan er tó ikki absolutt, soleiðis at skilja, at um havnin t.d. hevur orsøk til at halda, at eitt skip ikki vil gjalda ásettar havnarpengar, vandi stendst av at taka ímóti skipinum, ella tað er væntandi, at skipið verður liggjandi, má havnin hava loyvi til at nokta at taka ímóti skipinum. Eisini kann verða noktað móttøku av skipum við atliti at 1, stk. 2. Havast má tó í huga altjóða skyldur um at taka ímóti skipum í neyð v.m. Við almennar myndugleikar er at skilja viðkomandi myndugleikar t.d. havnafúti, løgregla, tollvald o.l. Hesir viðkomandi myndugleikar kunnu tó nokta øllum virksemi í havnum og skipalegum herundir móttøku av skipum fyri havnir, sum koma undir ásetingarnar í 1, stk. 2 Til 6 Viðmerkingarnar til hesa áseting eru tær somu sum í sambandi við viðgerð um uppskot til løgtingslóg um at verja havnir, sum bleiv lagt fyri tingið tann 3. mars 2004. Í greinini fær landsstýrismaðurin heimild at gera reglur um at verja havnir. Neyðugt er serliga at áseta nærri reglur um, hvørji krøv váðametingarnar og verndarætlanirnar av einstøku havnunum tær skulu lúka. Í hesum sambandi er ætlanin í kunngerðini at gera ásetingar um, hvat slíkar váðametingar og verndarætlanir skulu innhalda, umframt

ásetingar um verndarábyrgdarar, -stig, -váttanir og -ráð, og harafturat ásetingar um eftirlit, venjingar, samskifti, goymslu o.a. Eisini er ætlanin í kunngerðini at loyva, at góðkend, privat feløg við serkunnleika innan vernd á havnum kunnu røkja ávísar uppgávur. Hetta er í samsvari við ISPS-koduna, har tað er ásett, at almenni myndugleikin kann loyva privatum feløgum at loysa ávísar uppgávur í sambandi við vernd, um privata felagið lýkur ávísar treytir. Privat feløg kunnu t.d. hjálpa havnaumsitingunum við váðametingunum og verndarætlanunum. Í stk. 2 verður álagt starvsfólki hjá m.a. landsmyndugleikunum tagnarskyldu um upplýsingar, sum hesi hava fingið kunnleika til í sambandi við at verja havnafasilitetir. Tagnarskyldan er eisini galdandi fyri serfrøðingar, sum almennu myndugleikarnir gera av at nýta í sambandi við at verja havnir, og fyri fólk annars, ið luttaka í arbeiðinum at gera m.a. váðametingar og verndarætlanir, og sum ein liður í arbeiðinum fáa innlit í upplýsingar um verndina á havnini. Ásetingin hevur við sær m.a., at upplýsingar um verju á havnafasiliteti ikki eru fevndar av rættinum til innlit sambært lógini um innlit í fyrisitingina. Broytingarnar í SOLAS-altjóða sáttmálanum og ISPS-koduni áseta, at ávísar upplýsingar skulu gerast atkomiligar fyri IMO og onnur lond, m.a. yvirlit yvir góðkendar havnir. Tí verður í stk. 3 givin møguleiki fyri, at slíkar upplýsingar kunnu verða latnar útlendskum myndugleikum og altjóða felagsskapum. Til 7 Viðmerkingarnar til hesa áseting viðvíkja partvíst rakstri av havnum. Viðurskiftini í mun til kommunustýrislógina eru umrødd við, at í hesum uppskoti til komandi havnalóg er ætlanin, at havnir kunnu verða riknar sum virkishavnir í partafelagsformi á handilsligum grundarlagi. Í danskari (og avleitt føroyskari) óskrivaðari rættarpraksis er long siðvenja at meta tað vera forboð móti, at kommunur taka lut í vinnuligum virksemi ella fáa handilsligan vinning av kommunalum virksemi. Eftir royndirnar frá føroysku kreppuni í 1990- árunum varð henda forðing móti handilsligum virksemi og avleidda prinsippið um, at kommunur ikki mugu hava vinning av sínum virksemi mótvegis borgarunum, skrivað inn í 50 í kommunustýrislógini, ið ljóðar soleiðis í fyrsta stykki: Ein kommuna kann einans taka lut í vinnuligum virksemi, um so er, at virksemið tænir einum almannagagnligum endamáli og ikki hevur vinning fyri eyga. At kommunur ikki mugu hava vinning av havnavirksemi er helst ein orsøk til, at tað ikki verður mett lógligt, at kommunur uttan serliga lógarheimild skipa sítt havnavirksemi í partafeløg, tí eitt høvuðsendamálið við hesum felagsformi er at fáa handilsligan vinning. Tó eru tað serliga aðrar orsøkir til, at ein kommuna ikki uttan serliga lógarheimild kann skipa sítt havnavirksemi í partafelag. Fyri tað fyrsta er tað ein grundleggjandi fyritreyt í og undir kommunustýrislógini sí beinleiðis 4, stk. 1 um kommunustýrið og meira óbeinleiðis 51 um kommunal samstørv at kommunalt virksemi verður stýrt av kommunustýrinum, og at kommunalt virksemi tí ikki uttan serliga heimild kann verða lagt til onnur organ, feløg v.m. Eisini hevur verið nevnt, at tað í mun til atlit at gegni og sakligheit er ivasamt, um ein kommuna uttan serliga heimild kann gera avtalu við eitt partafelag, sum kommunan sjálv hevur ræði á.

Avgerandi er kortini, at bæði bannið ímóti, at kommunur reka vinnuligt virksemi, og lógarásetingar og fyritreytir aftan fyri lógina, sum ikki heimila at leggja kommunalt virksemi til onnur enn kommunustýrið at umsita, hava sítt grundarlag í galdandi rætti, sum altíð kann verða broyttur av nýggju havnalógini. Í 1 í kommunustýrislógini er ásett, at ásetingarnar í lógini verða nýttar í øllum viðurskiftum í kommunala stýrinum, uttan so, at serlig undantøk eru heimilað í aðrari lóggávu. Við tað at nýggja havnalógin gevur kommununum rætt til at reka vinnuligt virksemi í sambandi við havnir, so vil tað vera greitt, at havnalógin er serlig lóg, sum setir generellu ásetingina í 50 í kommunustýrislógini til síðis í hesum føri. Rættarliga er ta Løgtinginum frítt at áseta serliga rættarstøðu í serligari havnalóg sum hesi. Grein 7 leggur upp til lagaligari karmar at skipa havnavirksemi innanfyri. Beinleiðis heimilar ásetingin tó ikki øðrum skipanarslagi enn partafelag. At fáa til vega greiða heimild til at skipa havnavirksemi í partafelag er helst mest átrokandi og eftirspurt av kommununum, og tí er hesin formurin beinleiðis ásettur. Hetta skal kortini ikki skiljast so, at onnur sløg av bygnaði, so sum kommunalar sjálvstýrishavnir, ikki eru loyvd. Heldur er ætlanin, at menningin kann fara fram lagaliga og óskrivað, har praksis fer at sýna, hvørjir rakstrar- og skipanarformar eru neyðugir. Endamálið við felagnum er somuleiðis at tryggja havnarrelateraða undirstøðið við atliti at regluleika fyri skipaferðslu, fyri persónum, fyri akførum og øðrum góðsi, somuleiðis at taka sær av fyrisitingarligum virksemi í sambandi við, at ferðslan verður avgreidd. Umframt nevndu endamál fevnir virksemið um nýtslu av virkishavnini sbrt. 1 og við rætti hjá vinnurekandi at nýta undirstøðið og reka egnan útbúnað á havnarøkinum móti gjaldi til ánara av virkishavnini m.a. fyri: 1) havnarrelaterað operatørvirksemi, t.d. stevedorvirksemi, 2) at útinna skipaviðkomandi hjálpartænastur, heruppií lossing, lasting, goymslu v.m. Til 8 Víst verður til viðmerkingarnar í 7. Til 9 Ásetingin heimilar landsstýrismanninum í kunngerð at gera neyvari reglur um skipan og rakstur av havnavirksemi. Heimildin fevnir um m.a. at tryggja rættin hjá brúkarum og vinnurekandi at kunna nýta havnirnar til tann tørv, sum er. Stk. 2 heimilar landsstýrismanninum at áseta reglur um skipan av partafelagi fyri tey viðurskifti, sum ikki eru umfatað av partafelagslógini. Stk. 3. Henda áseting gevur landsstýrismanninum eitt generelt eftirlit við øllum teimum organisasjónsformunum, sum eru møguligir, hóast hesir ikki eru nevndir í 7. Týdningarmikið er at skila til, at hesar heimildarreglur í 9 meira leggja tað til landsstýrismanninum at áseta reglur um mannagongdir og framferðarhátt, og at landsstýrismaðurin tí ikki fær nýggjar heimildir, sum ikki frammanundan ganga fram av lógini. Til 10 Tað skal í skilhaldsreglunum verða útgreinað, hvørji øki á sjógvi og á landi havnin fevnir um. Harafturat skulu vera ásetingar um ferðslu, partvíst við tilvísing til vanligu

reglurnar, sum ásettar verða av sjóferðslumyndugleikunum, partvíst sum reglur, sum bert eru galdadi fyri avvarðandi havn. Harumframt skulu vera nærri reglur um skilhald, t.d. við tilvísing til standardreglugerðina, sum landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um í kunngerð. Meðan hetta uppskotið hevur verið til hoyringar, hava spurningar verið frammi, um reglur eiga at vera um, at øll skip í føroyskum sjóøki skulu hava eina ábyrgdartrygging ella aðra trygd í sambandi við t.d. oljuskaðar. Eisini hevur verið víst á, at reglur møguliga eiga at vera um, hvussu nær skip kunnu koma at landi, og endaliga at spurningurin um nýtslu av loðsi eigur at verða tikin upp. Arbeiðsbólkurin metir ikki, sum er, at nýggja havnalógin eigur at regulera viðurskifti ella viðgera hesi mál nú. Stk. 3. Ásetingarnar í stk. 2 nr. 1 og 2 skulu góðkennast av landsstýrismanninum. Til 11 Fyri at kunna økja um trygdina í sambandi við havnir og virksemi, sum er knýtt at havnum, er ásett revsing fyri møgulig brot á reglurnar í hesi lóg. Ásetingarnar í hesi lóg forða ikki fyri, at ásetingarnar í revsilógini kunnu brúkast, har eitt brot sbrt. hesari lóg kann hava við sær linari revsing, t.d. í sambandi við óviljað manndráp. Til 12 Havandi í huga, at í lógini eru nakrar kunngerðarheimildir, verður mett, at tørvur er á at kunna áseta reglur í kunngerð um revsing fyri brot á viðkomandi kunngerð, og er henda heimild fingin í 12. Til 13 Lógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og setir samstundis verandi lógir úr gildi. Stk. 2. Í sambandi við, at lógin verður sett úr gildi, verða tær kunngerðir, sum eru galdandi í løtuni, framvegis í gildi, til tær verða broyttar, settar úr gildi, ella til nýggjar kunngerðir verða gjørdar sambært hesi lóg. Á Løgtingi, tann 21. februar 2008 Jákup Mikkelsen løgtingsmaður Jacob Vestergaard løgtingsmaður Johan Dahl løgtingsmaður Kaj Leo Johannesen løgtingsmaður Kári P. Højgaard løgtingsmaður Kári á Rógvi løgtingsmaður