Notat til løgtingsgrannskoðararnar um ES-granskingarpengar

Relaterede dokumenter
Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding av elinnleggjarum

Sagsøgeren har påstået sagsøgte dømt til at betale kr. med procesrente fra den 26. juni 2003, subsidiært procesrente fra den 22. april 2008.

Landsstýrismálanevndin hevur viðgjørt málið á fundum 30. oktober 2012, 22. januar, 21. mars og 11. apríl 2013.

Givið út 30. mai 2017

Løgtingið. Tórshavn, tann 24. februar 2009 Vmr J.Nr.:

Fíggjarmálaráðið. Løgtingið Dagfesting: 7. februar 2018 Mál nr.: 17/ Málsviðgjørt: JEK

Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging

Uppskot. til. løgtingslóg um rættindi løntakaranna í sambandi við, at landsstýrið yvirtekur mál og málsøki frá ríkismyndugleikunum

HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ

Løgtingsmál nr. 84/2010: Uppskot tilríkislógartilmæli um gildiskomu í Føroyum av lóg um Fólkatingsumboðsmann. U p p s k o t. til

Málsgongd Við skrivi, dagfest 12. desember 2008, sendi Mentamálaráðið soljóðandi uppsøgn til klagaran:

Gamlar myndir úr Norðuroyggjum

forbindelse med både ansættelse, ændring i ansættelsesforhold og ved afslutning af ansættelsen.

Álit um landsstovnar og -grunnar

Álit um stýrisskipanarviðurskifti Føroya

Heilsu- og innlendismálaráðið

Løgtingið Argir, 29. februar Løgtingsmál nr. 70/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tollsatsir.

Heilsu- og innlendismálaráðið

Under arbejdet med kunngerðini er jeg blevet opmærksom på 3 områder i loven, jeg mener vi lige må tænke over en ekstra gang.

LANDSGRANNSKOÐANIN. Frágreiðing. um umskipanina av Føroyagrunninum frá 1971 til ein sjálvsognargrunn. latin løgtingsgrannskoðarunum

V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð. Løgtingið Tórshavn, tann 1. desember 2014 Vmr. J.Nr.: 14/

Løgtingsmál nr. 28/2005: Uppskot til samtyktar um norðurlendskan sáttmála um fólkayvirlit. Uppskot. til. samtyktar

Dátueftirlitið Tinganes - Postboks Tórshavn Telefonnr:

Liðugfráboðan til eftirlits av Brunaávaringarskipan

Løgtingsmál nr. xx/2008: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tænastumenn landsins. Uppskot. til

Løgtingsmál nr. 59/2014: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar

Álit. viðvíkjandi klagu um vantandi innlit í mál um keyp av heimasíðu hjá Kringvarpi Føroya

Kanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum

LANDSGRANNSKOÐANIN. Fíggjarárið Ársfrágreiðing. latin løgtingsgrannskoðarunum

- Webundersøgelse, Fólkaskúlaráðið, oktober Fólkaskúlaráðið. Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på

Álit Viðvíkjandi klagu um vantandi fráboðan, grundgeving og kæruvegleiðing í avgerðum hjá TAKS

DOM. Under denne sag, der er anlagt den 16. august 2010, har sagsøgerne, A, B, C, D, E, F, H, I, J og K, nedlagt påstand om:

Klagan til TV2. Hvat kann gerast. Upplivdi illveðrið í 1932, ið beindi fyri formanni í FF. Livravirkið á Eiði. Frásøgn hjá Andrew Godtfred:

Uppskot. til. Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar soljóðandi lóg:

Álit um stýrisskipanarviðurskifti Føroya

ES-fyriskipanin um persónsdátuvernd

Álit. viðvíkjandi. víðkan av føroysku útbúgvingarstuðulsskipanini til allar lesandi føroyingar uttanlands

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ. Uppskot. til

Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland

Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar

Almennar tryggingartreytir fyri P/F Tryggingarfelagið Lív

LØGMANSSKRIVSTOVAN LØGDEILDIN

Orðið eigur í føroyskari felagsverklóg 1

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál. Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess

Grannskoðaraeftirlitið. Grannskoðaraeftirlitið. Ársfrágreiðing. Almannakunngjørd 23. juni 2017

11. december (Indsendelsesbekendtgørelsen) Kapitel 1 Anvendelsesområde

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

LEIÐREGLUR FYRI EMBÆTISFÓLK Í LANDSFYRISITINGINI

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

Løgtingið Tórshavn, tann 9.juni 2015 J.nr.: 12/ Løgtingsmál nr. / 2015: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar søloven

LØG M A N S S K R I V S T O V A N. P r i m e M i n i s t e r s O f f i c e

Samandráttur av øllum uppskotunum

V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð

Løgmansskrivstovan. Løgtingið Dagfesting: 11. november 2016 Mál nr.: /16 Málsviðgjørt: GJ

Kunngerð um stuðul til hoyritól, sum seinast broytt við kunngerð nr. 21 frá 3. apríl 2013

Álit. viðvíkjandi klagu um manglandi svar upp á innlitsumbøn

LANDSGRANNSKOÐANIN. Fíggjarárið Ársfrágreiðing. latin løgtingsgrannskoðarunum

V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð

F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F F I N A N C E. Løgtingið

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

Fíggjarvaldið 10 4 FLR (2004) Føroyskt Lógar Rit (Faroese Law Review) vol. 4 no Eyðfinnur Jacobsen, advokatur

Fakturablanketten virk.dk. 1 At senda elektroniskar rokningar við fakturablanketten

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Konference om affald på havet

Løgtingsmál nr. 115/2011: Uppskot til løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin) Uppskot. til. løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin)

Uppskot. til. Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta soljóðandi uppskot til kongliga fyriskipan í gildi fyri Føroyar:

Vegleiðing um krøv í løgtingslóg um tryggingarvirksemi til nevndarlimir og stjórnarlimir um førleika og heiðursemi (fit & proper)

Kunngerð. grannskoðaraváttanir v.m.

Uppskot til. ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar partar av broytingum í hjúnabandslógini og rættarvirknaðarlógini

Advokatskrivstovan Fr. Petersensgøta

LANDSGRANNSKOÐANIN FRÁGREIÐING. latin LØGTINGSGRANNSKOÐARUNUM. sambært 12 í Ll. nr. 25/1999 "um grannskoðan av landsroknskapinum v.m.

Grannskoðaraeftirlitið. fghjklæøzxcvbnmqwertyuiopåasdfghj. Ársfrágreiðing og 2010

Álit. løgtingsmáli nr. 79/2008: Uppskot løgtinglóg um avtøku av løgtingslóg um altjóðarættarligu sáttmálar Føroya landsstýris at gera

Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin. Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014

Skatta- og avgjaldsmál avgerðir

INNLENDISMÁLARÁÐIÐ. Uppskot til løgtingslóg um ítróttavedding

FRÁGREIÐING UM 80-ÁRINI

Januar Almennar tryggingartreytir

INNANHÝSIS. Uppskot til. Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af ændringslove til lov om luftfart

Sigurd fekk medalju fyri sigling í krígstíð í Íslandi

OVERENSKOMST FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ FARMAKONOMFORENINGEN MELLEM

23 Uppskot til løgtingslóg um umskipan av Føroya Lívstrygging Skjal 2

BORNE- OG SOCIALMINISTERIET HEILSU- OG INNLENDISMÅLARÅDID. Felags yvirlysing i sambandi vid yvirtøku av målsøkinum "persons-, husf61ka- og arvarætti"

LØG M A N S S K R I V S T O V A N. P r i m e M i n i s t e r s O f f i c e

Vegleiðing at dagføra GPS-kort. Tillukku við tínum keypi av GPS-korti. Kortið fevnir um Føroyar.

Bygnaðarbroytingar, tænastumenn og grundgevingar

Endurskoðan av barnverndarlógini

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál

Løgtingsmál nr. 19/1998. Uppskot til ríkislógartilmæli um lov om videnskabsetisk komitésystem og behandling af biomedicinske forskningsprojekter

Heilsu- og innlendismálaráðið. Løgtingið Dagfesting: 02. nov Mál: 16/

KAP. 7. Uppskot nevndarinnar

HEILSUMÁLARÁÐIÐ. Til: hoyringspartar

SÁTTMÁLI MILLUM FARMAKONOMFORENINGEN OG FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ

LANDSGRANNSKOÐANIN. Fíggjarárið Ársfrágreiðing. latin løgtingsgrannskoðarunum

Grannskoðaranevndin. Dagfesting: 24. mars GN-1/2014 (j. nr. hjá Skráseting Føroya 11/00060) móti. Løggildum grannskoðara Jógvan Amonson

INNLENDISMÁLARÁÐIÐ. Uppskot til løgtingslóg um ítróttarvedding

P/F EIK BANKI YVIRI VIÐ STROND 2 POSTBOX TÓRSHAVN Føroyar

DOM. De sagsøgte har nedlagt påstand om frifindelse, således at Skatte- og afgiftkærenævnets afgørelse af 9. november 2016 stadfæstes.

F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F F I N A N C E. Løgtingið

OVERENSKOMST 2011 til 2015

Transkript:

Notat til løgtingsgrannskoðararnar um ES-granskingarpengar Mars 2018

J.nr. LG 2017/207-0236 0 Inngangur Í fíggjarlógini 2017 vórðu játtaðar 10,5 mió.kr. til kontu 7.23.6.24. ES-granskingarskrá (stuðulsjáttan). Útreiðslurnar vóru 11,6 mió.kr. Meirnýtslan var 1,1 mió.kr. Biðið varð um 1,1 mió.kr. afturat í Lm.nr. 133/2016 Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mai 2017. Málið varð ikki liðugt viðgjørt, tá tingsetan endaði, og fall tí burtur sambært 15, stk. 3, í stýrisskipanarlógini. Í álitinum til málið 3. juli 2017 greiddi Fíggjarnevndin annars frá, at hon ikki var liðug at viðgera allar tættirnar í uppskotinum, og nevndin gjørdi tí av at heita á Løgtingið um at samtykkja tær játtanirnar, sum meirilutin metti ikki kundu bíða til eftir Ólavsøku. Í broytingaruppskotinum hevði nevndin strikað eykajáttanina til ES-granskingarskránna. Ongin umbøn um eykajáttan viðvíkjandi ES-granskingarskránni varð løgd fyri Løgtingið aftur í 2017, men í sambandi við viðgerðina av Lm.nr. 14/2017 Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri august 2017-5 umrøddu nakrir fíggjarnevndarlimir, í álitinum 29. september 2017, meirnýtsluna av ES-granskingarskránni. Teir hildu m.a., at landsstýrismaðurin ikki hevur heimild at gjalda pening á stuðulsjáttan uttan játtan í fíggjarlógini. Løgtingsgrannskoðararnir viðgjørdu málið á fundi 20. november 2017. Í gerðabókini er m.a. greitt soleiðis frá: Í álitinum frá fíggjarnevndini í sambandi við viðgerð av løgtingsmáli nr. 14/2017 hava tríggir fíggjarnevndarlimir hesar viðmerkingar til, at landsstýrismaðurin hevði goldið 1,1 mió.kr. meira í luttøkugjaldi til ES-granskingarskrá, enn játtan er til: Í hesum føri er enntá ikki talan um lógarbundna játtan, men um avtalu, sum verður goldin við stuðulsjáttan. Ein landsstýrismaður hevur als ikki heimild at gjalda pening á stuðulsjáttan uttan játtan á fíggjarlógini. Hildið verður, at grannskoðanin eigur at viðgera hendan spurning í komandi grannskoðanararbeiði. Eisini eigur Landsstýrismálanevndin at umhugsa at taka málið upp, nú landsstýrismaðurin ólógliga hevur útgoldið 1,1 mió. kr. Løgtingsgrannskoðararnir heittu á meg um at kanna gjaldið fyri ES-granskingarskrá og gera eitt notat, sum kann lýsa málið, so teir kunnu taka støðu til, hvat ella um nakað skal gerast við málið. Við hesum verða mínar viðmerkingar latnar løgtingsgrannskoðarunum. Argir, 27. mars 2018 Beinta Dam, landsgrannskoðari 2

1 Heimild at halda útreiðslur Í 41-45 í stýrisskipanarlógini eru ásettar yvirskipaðar reglur um fíggjarmál landsins. 43 inniheldur ásetingar um fíggjarlógina, og í 44 eru ásetingar um eykajáttanir. Viðvíkjandi útreiðslum er meginreglan í 43, stk. 2: Eingin útreiðsla má verða goldin, uttan at heimild er fyri henni í teirri fíggjarlóg, ella aðrari játtanarlóg, ið er í gildi, tá ið ávíst verður. Tó kann í tíðarskeiðnum fram til 1. apríl, eftir at fíggjarárið er endað, verða ávístur peningur av farnu fíggjarlógini fyri útreiðslur, ið havdar eru í farna fíggjarári. Danski teksturin av ásetingini í 1. pkt., var: Ingen udgift må afholdes, som ikke har hjemmel i den på anvisningstiden gældende finanslov. Í álitinum frá nevndini, sum landsstýrið 1. apríl 1993 hevði sett at kanna stýrisskipanarviðurskifti Føroya, er ikki greitt nærri frá hesi ásetingini, bert at talan er um endurtøku av 21, stk. 2, í gomlu stýrisskipanarlógini, Ll.nr. 1/1948. Ll.nr. 42/2009 um landsins játtanarskipan 1 kom í gildi í mai 2009 og fekk virknað fyri fíggjarlógina 2010. Í 2005 setti formansskapurin serkønan arbeiðsbólk at fyrireika uppskot til ta lógina. Undir broti 5.1.1 í álitinum er greitt frá ásetingunum í stýrisskipanarlógini um játtanarskipanina, m.a.: 43, stk. 2, 1. pkt. í stýrisskipanarlógini staðfestir regluna um, at eingin útreiðsla sostatt kann verða goldin, er ikki heimild fyri henni í teirri fíggjarlóg ella aðrari játtanarlóg, ið er í gildi, tá ið ávíst verður. Kontant-meginreglan ber í sær, at hóast materiell heimild er fyri at ávísa pening, merkir tað ikki í sjálvum sær, at ávísing kann verða framd. Afturat krevst játtanarheimild ella játtan á fíggjarlógini ella aðrari játtanarlóg. Við játtanarlóg verður hugsað um annað slag av játtanarlóg enn fíggjarlógina, t.e. ikki við eina vanliga lóg. Vanligar løgtingslógir kunnu regluskipa játtanir, men eru ikki játtanarlógir. Játtanarskipanin hevur soleiðis við sær, at bæði materiell og fíggjarlig heimild skulu til fyri at kunna halda útreiðslur til ávíst endamál 2. Sigast kann, at materiella heimildin snýr seg um endamálið; fíggjarliga heimildin snýr seg um, at ávís upphædd er játtað til endamálið. 1.1 Játtanir og eykajáttanir Havast skal í huga, at vanligar lógir ikki eru játtanarlógir og tí ikki innihalda fíggjarliga heimild at halda útreiðslur fyri landskassan. Fíggjarlógin er hinvegin ein lóg, sum eisini inniheldur ávísa materiella heimild í viðkomandi fíggjarári. Lógarteksturin í fíggjarlógini fevnir um játtanir (B) og átekningar (C) 3 Løgtingið atkvøður um játtanir á høvuðskontustigi, t.d. eina ávísa upphædd til høvuðskontu 7.23.6.24. ES-granskingarskrá (stuðulsjáttan). Tað ber tí ikki til at brúka játtanina til annað endamál ella at flyta av játtanini til aðra játtan 4. Vísir tað seg í fíggjarárinum, at fortreytirnar fyri einari játtan ikki halda, hevur avvarðandi landsstýrismaður tvinnar kostir í at velja: at seta tiltøk í verk fyri at halda 1 Lógin um landsins játtanarskipan verður vanliga umrødd sum játtanarlógin ella játtanarskipanin. Av tí at fíggjarlóg og aðrar játtanarlógin verða umrøddar, verður lógin um landsins játtanarskipan í hesum notati umrødd sum játtanarskipanin. 2 Sí t.d. eisini upprit til løgtingsgrannskoðararnar viðvíkjandi Inntøkutrygd Fiskimanna frá 12. februar 2010, s. 3-4 (í sambandi við klagumál hjá Landsstýrismannanevndini). 3 Sí m.a. Álit um játtanarskipan landsins, 2006, s. 68 og 74. 4 13, stk. 1, í játtanarskipanini. 3

játtanina, ella at søkja um eykajáttan. Tað er ein politisk avgerð. Velur hann seinnu loysnina, hevur hann ábyrgd av, at umsókn um eykajáttan sum skjótast verður løgd fyri Løgtingið 5. Eykajáttan verður veitt við løgtingslóg, jb. 44, stk. 1, í stýrisskipanarlógini. Hevur eitt mál skund, kann Fíggjarnevndin eftir uppskoti frá landsstýrinum veita eykajáttan, jb. stk. 2. Eykajáttanir frá Fíggjarnevndini verða savnaðar í eina eykafíggjarlóg við ársenda og lagdar fyri Løgtingið, jb. stk. 3. Við heimild í 18, stk. 2, í fráboðan nr. 109/2015 um býti av málsøkjum hevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ásett reglur um eykajáttanir í rundskrivi. Rundskrivið snýr seg um mannagongdir, tíðarfreistir, útreiðsluneutralitet o.t., men tað staðfestir somuleiðis, at umbønir um eykajáttan, har atgerð longu er framd fyri at fremja endamálið við eykajáttanini, verða sum meginregla ikki eftirlíkaðar. Ein spurningur er, um ein heimild fyri útreiðslum í fíggjarlóg kann skiljast soleiðis, at sjálv játtanarupphæddin ikki er bindandi, men at hon gevur heimild at halda útreiðslur til ávísa endamálið, og neyðugt tí ikki er at biðja um eykajáttan, um útreiðslurnar verða hægri enn ætlað. Soleiðis hevur t.d. verið í Danmark viðvíkjandi lógarbundnum útreiðslum 6. Hesin táttur er ikki nærri viðgjørdur í sambandi við stýrisskipanarlógina, og játtanarskipanin gevur heldur ikki greitt svar. Tað tykist tó rímiliga greitt, at fatanin hjá politisku skipanini er, at játtanarliga heimildin er knýtt at játtanarupphæddini, og at tað tískil er neyðugt at biðja um eykajáttan, verða lógarbundnu útreiðslurnar hægri enn ætlað. Við at hyggja í Búskaparskipan landsins síðstu árini, sæst greitt, at eykajáttanir regluliga verða samtyktar í sambandi við lógarbundnar útreiðslur. Í máli hjá Landsstýrismálanevndini 7 er spurningurin umrøddur, og í sínari endaligu niðurstøðu 27. mai 2010 metir Landsstýrismálanevndin, at hildið eigur at vera fast við galdandi reglu um, at bæði fíggjarlig og materiell heimild eigur at vera, áðrenn útreiðslur verða hildnar, og at landsstýrismaðurin tí átti at havt tikið øll neyðug stig, til tess at fáa hesi viðurskifti í lagi, eins og Løgtingsgrannskoðararnir hava ført fram. Tað er sostatt neyðugt hjá avvarðandi landsstýrismanni at biðja um eykajáttan til tørvandi meirupphæddina, um ikki tiltøk verða sett í verk fyri at halda viðkomandi játtan. 1.2 At gjalda fyri útreiðslur 1 í játtanarskipanini er orðað í samsvari við 43, stk. 2, í stýrisskipanarlógini: Eingin útreiðsla má verða goldin og ikki má verða tikið ímóti inntøku, er játtan ikki útvegað frammanundan. Í viðmerkingunum til 1 er m.a. greitt soleiðis frá: Formliga grundarlagið undir fíggjarlógini er kontantmeginreglan. Meginreglan um veitingar- og rættarkrøv verður hinvegin nýtt sum grundarlag fyri, nær ein útreiðsla ella inntøka skal verða tikin við í roknskapin. Tað er reglufest í roknskaparkunngerðini, sum er útgivin sambært løgtingslóg um roknskap landsins 5 Álit um játtanarskipan landsins, 2006, s. 93. Arbeiðsbólkurin handan álitið heldur, at sum skjótast skal takast bókstaviliga. 6 Álit um játtanarskipan landsins, 2006, s. 36. Sí eisini Upprit til løgtingsgrannskoðararnar viðvíkjandi Inntøkutrygd fiskimanna 12. februar 2010, har játtanarskipanirnar í Danmark, Grønlandi og Íslandi eru umrøddar, tá um lógarbundnar játtanir ræður. 7 Klagumál viðvíkjandi Inntøkutrygd fiskimanna, j.nr. 7.13-20090005. 4

v.m. Sambært 3, stk. 2, skal játtan á løgtingsfíggjarlógini verða grundað á somu aðalreglur, sum eru galdandi fyri landsroknskapin. Tað eru dømi, tá ið landsstýrismaður verður noyddur at gjalda, sama um heimild er til tess ella ei, t.d. um dómur áleggur landsstýrismanni at gjalda, um borgari hevur rættarkrav í móti landsstýrinum, ella um landsstýrismaðurin áleggur landskassanum óneyðugar útreiðslur við, at gjaldið verður útsett. Slík dømi sleppa kortini ikki landsstýrismaninum undan at søkja um heimild. Sum sæst, verða útreiðslur tiknar við í landsroknskapin eftir meginregluni um veitingarog rættarkrøv. Lønarútreiðslur skulu meginregluliga verða tiknar við í tí roknskaparári, rætturin til lønina verður vunnin, jb. 13, stk. 1, í roknskaparkunngerðini. Útreiðslur av vørum og tænastuveitingum skulu skrásetast, tá ið tær eru latnar, jb. stk. 2. Í stk. 3 er ásett, at í teimum førum, tá útreiðslur ella inntøkur ikki stava frá vørum og tænastuveitingum, skulu tær verða skrásettar, so skjótt, upphæddin kann gerast upp, og í seinasta lagi, tá ið goldið verður. Ein upphædd kann gerast upp, um eitt rættarligt krav eftir eini væl greinaðari upphædd kann gerast galdandi. Um eitt munandi krav móti landinum, sum er til eitt ávíst fíggjarár, ikki kann gerast endaliga upp, áðrenn roknskaparárið er lokið, skal upphæddin verða skrásett á einari útreiðslukontu í roknskapinum fyri tað fíggjarárið, grundað á eina meting, soleiðis at upphæddin verður rættað í tí fíggjarári, tá ið kravið endaliga kann verða gjørt upp. Sambært stk. 7 skulu avsettar skyldur verða skrásettar, tá ið ein bindandi hending er farin fram, og skyldan er sannlík, men óvist er, nær upphæddin fellur til gjaldingar, ella hvussu stór upphæddin er. Tilsagnir eiga at verða skrásettar, tá bindandi tilsøgn verður givin, jb. stk. 8. Tað kann vera ymiskt, nær og hvussu útreiðslur verða tiknar við í landsroknskapin. Tað hevur í sjálvum sær ikki týdning fyri, um og nær gjaldast skal fyri eina skyldu. Gera vit av at keypa ávísa útgerð, skulu vit t.d. rinda fyri hana kontant ella gera eina avdráttaravtalu. Somuleiðis er við avtalum, tað veri seg um eina veiting, eitt lán ella annað. Í so máta er líka mikið, um talan er um privatan persón ella um almennan stovn 8. Avgerandi er at hava í huga, at tað at gjalda er okkara partur ella avleiðing av gjørdu avtaluni. Avtalur og sáttmálar eru bindandi fyri partarnar. Verða avtalur og sáttmálar ikki vird, fær tað rættarligar fylgjur. Grundreglan um bindandi virknað er gomul og sæst m.a. í rómverjarætti við setninginum pacta sunt servanda 9 (avtalur skulu haldast). Í Føroyum eru 5-1-1 og 5-1-2 í Norske Lov frá 15. apríl 1687 enn í gildi, m.a. Alle Contracter, som frivilligen giøris af dennem, der ere Myndige, og komne til deris Lavalder, være sig Kiøb, Sal, Gave, Mageskifte, Pant, Laan, Leje, Forpligter, Forløfter og andet ved hvad Navn det nævnis kand, som ikke er imod Loven, eller Ærbarhed, skulle holdis i alle deris Ord og Puncter, saasom de indgangne ere. Nærri reglur um avtalur, keyp o.a. eru m.a. í L.nr. 242/1917 om Aftaler og Retshandler paa Formuerettens Omraade og L.nr. 102/1906 om Køb. 8 Her er tað almenna ein avtalupartur, t.d. sum arbeiðsgevari, keypari ella lántakari. Ein stórur partur av almenna virkseminum er tó ikki regluskipaður við avtalum, men við lóggávu, ítøkiligum boðum o.ø. Almennir myndugleikar taka avgerðir, t.d. byggiloyvi ella skattaálíkningar, við heimild í lóggávu. Talan er tá um fyrisitingarligar avgerðir og ikki um avtalur. 9 B. Gomard o.a.: Almindelig kontraktsret, 2015, s. 14ff. 5

Í frágreiðing í sambandi við gjaldføristrupulleikar hjá Sjónvarpi Føroya 10 metti kanningarstjórin ásetingina í 43, stk. 2, í stýrisskipanarlógini at vera eitt lógarkrav um, at ein útreiðsla skal hava heimild í fíggjarlóg ella aðrari játtanarlóg fyri at verða goldin og ikki at gjaldingin skuldi hava heimild í játtan. Kanningarstjórin tók síðani støðu til, um virksemið hjá Sjónvarpinum var heimilað í fíggjarlóg, og um goldnu útreiðslurnar komu undir hesa heimild út frá endamáli, stødd og tíð. Niðurstøða hansara var, at avgerðin hjá landsstýrismanninum at ávísa gjaldkomnar skyldur hjá Sjónvarpinum vóru í samsvari við tær lógir og reglur, sum eru galdandi fyri útgjaldi úr landskassanum. Samanumtikið hevur Landskassin skyldu at gjalda, tá bindandi avtala er gjørd við ein veitara ella onnur. Upphæddin skal eisini takast við í viðkomandi fíggjarári, so skjótt tað letur seg gera. 1.3 Serligt um stuðulsjáttanir Játtanarskipanin frá 2009 hevði nakrar broytingar við sær, m.a. eitt nýtt játtanarslag " stuðulsjáttan. Í 24 í játtanarskipanini stendur: Stuðulsjáttan verður nýtt til stuðul, sum ikki er lógarbundin, til lán og til útreiðslur fyri veðhald. Stk. 2. Verða stuðul, lán og innloyst veðhald afturrindað, verða tey tikin við undir stuðulsjáttan. Stk. 3. Sama um gjald heilt ella fyri ein part verður goldið í einum seinni fíggjarári, so verða tilsagnir um stuðul og lán útreiðsluførdar í tí fíggjarári, tá ið bindandi tilsøgn er givin. Tilsagnarupphæddir, ið ikki eru útgoldnar við ársenda, verða fluttar til fíggjarstøðuna, har tær standa støðlaðar, til tilsøgnin endaliga verður avgreidd. Stk. 4. Viðmerkingar til stuðulssjáttanir skulu lýsa neyvt endamál, mótakaraskara, útrokningarhátt, samantalda studningsupphædd og útgjaldingartíð. Játtanir í fíggjarlógini verða latnar við teimum fortreytum, at reglurnar um ræðisrætt verða hildnar. Tær reglurnar fevna um almennu ræðisreglurnar, sum í viðkomandi mun eru umrøddar í hesum notati, t.d. kravið um materiella og fíggjarliga heimild. Umframt eru ræðisreglur, sum eru knýttar at játtanarslagi, og serstakar ræðisrættarreglur 11. Játtanarslagið stuðulsjáttan er ætlað til ikki lógarbundnan stuðul, lán og útreiðslur fyri veðhald. Sambært 23 er stuðul lógarbundin, tá ið móttakaraskari og stuðulsupphædd ella útrokningargrundarlag eru ásett við lóg; tá verður lógarbundin játtan brúkt. Stuðulsjáttan sambært 24 verður tí brúkt, tá stuðul verður veittur við heimild í átekningum ella við heimild í játtan, sum tískil eisini er materiell heimild. Játtanin til kontu 7.23.6.24. ES-granskingarskrá (stuðulsjáttan) er ein stuðul við heimild í sjálvari játtanini, sum er í fíggjarlógini. Ongin átekning er til játtanina við serstøkum reglum um ræðisrætt, og fyrisitingarligar reglur um stuðulsfyrisitingina, jb. 25, eru ikki ásettar, tí at talan er um at játta pening til eina aðra stuðulsfyrisiting. Við heimild í játtanarskipanini hevur landsstýrismaðurin ásett nærri reglur um játtanarsløgini, m.a. K. nr. 125/2011 um lógarbundna játtan og stuðulsjáttan. Sambært 4 í kunngerðini krevst játtan og heimild at veita stuðul 12. Hevur persónur vunnið rætt til stuðul við lóg, skal stuðulin gjaldast, hóast játtanin ikki røkkur, jb. 6. Spurningurin er so, í hvønn mun gjaldast skal, tá ið talan er um stuðul við heimild í fíggjarlógini. 10 Klagumál viðvíkjandi gjaldføristrupulleikum hjá Sjónvarpi Føroya, j.nr. 7.13-19990007. 11 Álit um játtanarskipan landsins, 2006, s. 80. 12 Tað samsvarar við kravið um materiella og fíggjarliga heimild. 6

Fleiri ymiskar stuðulsjáttanir eru í fíggjarlógini. Vanliga fyriskipanin er, at móttakarin fær játtaðu upphæddina sambært játtanini í fíggjarlógini, ella at søkjast kann um stuðul sambært tí ávísu stuðulsskipanini. Stuðul verður tá goldin av játtanini, men goldið verður ikki meira enn samlaða upphæddin á játtanini. Sigast kann, at landskassin við at lata stuðul ikki hevur rakstrarliga ábyrgd av virkseminum, eins og t.d. við einari rakstrarjáttan, men letur ein ásettan stuðul, sum játtanin í fíggjarlógini treytar. Stuðulin hevur sostatt ikki nakran íbornan váða fyri meirnýtslu. Tá ið stuðul verður játtanarstýrdur á tílíkan hátt, og landsstýrismaðurin vanliga ikki játtar stuðul, uttan so at játtan er til staðar, kemur hann vanliga ikki í eina støðu við meirnýtslu í mun til játtan. Hesi viðurskifti hava tó ikki við sær, at vanligu atlitini at avtalum, sum umrøtt í broti 2.3, verða skúgvað til viks. Samanumtikið verður stuðulsjáttan brúkt til ymiskan stuðul, og vanliga verður stuðulin goldin móttakarunum í samsvari við játtanina. Tað kunnu tó koma støður, at bindandi avtalur hava við sær, at landskassin má gjalda, hóast játtanin ikki røkkur. 2 At gera fíggjarætlan Yvirskipað snýr játtanarskipanin seg um fíggjarstýring við fíggjarlógini sum høvuðsamboð. Landsstýrið leggur uppskot til fíggjarlóg fyri Løgtingið, jb. 43, stk. 1, í stýrisskipanarlógini. Eykajáttan verður veitt við løgtingslóg ella, um málið hevur skund, við samtykt fíggjarnevndarinnar eftir uppskoti frá landsstýrinum, jb. 44. Í játtanarskipanini eru ásettar nærri reglur um fíggjarligar játtanir. Eftir 2 er tað landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, sum vegna landsstýrið leggur fram uppskot til fíggjarlóg, eykajáttan o.t. Einstøku landsstýrismenninir hava ábyrgd av hvør sínum málsøkjum, jb. 33 í stýrisskipanarlógini, og teir samskifta við Fíggjarmálaráðið um játtanir. Fíggjarlógin skal vera grundað á veruleikakendar vónir og so hollar ætlanir, sum til ber, jb. 3, stk. 1, í játtanarskipanini. Sambært 11, stk. 2, skulu inntøkur og útreiðslur verða vístar í fleirárs yvirlitum, sum fevna um síðstu roknskapirnar, fíggjarlógina, fíggjarlógaruppskotið og veruligar fíggjarætlanir fyri fylgjandi fíggjarár. Játtanarskipanin leggur sostatt ikki bert upp til at hava eftirlit við játtanum í árinum, men hevur til endamáls, at játtanir og fíggjarætlanir komandi ár tryggja eina munadygga stýring bæði innan málsøki hjá hvørjum landsstýrismanni sær og fyri allan landskassan. At leggja veruligar fíggjarætlanir krevur tískil at útvega nøktandi tilfar, sum kann lýsa skyldurnar hjá landinum í játtanarárinum og árini eftir. 3 Sáttmáli um Horizon 2020 Føroyar hava síðani 2010 havt avtalu við Evropeiska Samveldið um granskingarsamstarv. Í juni 2010 gjørdu Føroyar á fyrsta sinni granskingaravtalu við ES um atlimaskap í granskingarskránni FP7 13, sum var granskingarskráin fyri tíðarskeiðið 2007 til 2013. Horizon 2020 er framhald og víðari menning av evropeiska granskingarsamstarvinum og er galdandi fyri tíðarskeiðið 2014 til 2020. Sambært sáttmálanum, sum løgmaður 13 Seventh Framework Programme 7

undirritaði vegna Føroyar 17. desember 2014, fingu Føroyar atlimaskap í Horizon 2020 við afturvirkandi gildi frá 1. januar 2014. Sáttmálin varð lagdur fyri Løgtingið í Lm.nr. 87/2014: Uppskot til samtyktar um at góðkenna Horizon 2020 sáttmálan um vísindaligt og tøkniligt samstarv millum Føroyar og Evropeiska Samveldið. Í uppskotinum til samtyktar er greitt frá, at umframt stuðul til gransking, veitir nýggja granskingarskráin Horizon 2020 eisini stuðul til nýskapan og til menning av nýggjari tøkni. Samlaða fíggjarætlanin fyri Horizon 2020 er umleið 72 milliardir evrur, samanborið við fíggjarætlanina fyri FP7, ið var 50 milliardir evrur. Í nýggja sáttmálanum er sami frymil fyri limagjald brúktur, sum var galdandi undir FP7. Føroyski parturin verður roknaður í lutfallinum: føroysk BTÚ / ES28 BTÚ. Sambært nýggjastu metingini frá ES-myndugleikunum var fíggjarliga ískoytið hjá Føroyum fyri 2015 umleið 10,4 mió.kr. Grundarlagið fyri útrokningini var fíggjarætlanin fyri 2015 og tøku BTÚ-tølini fyri 2013. Í fylgiskjali III til sáttmálan eru ásetingar um útrokning av fíggjaríkasti Føroya. Undir broti I.3 stendur Skjótast gjørligt, og í seinasta lagi tann 1. september árið fyri hvørt roknskaparár, gevur ES Nevndin Føroyum fylgjandi upplýsingar saman við viðkomandi bakgrundstilfari: - reglubundnu játtanirnar til Horizon 2020, sum nevnt í yvirlitinum yvir útreiðslur í fyribils fíggjaruppskotinum hjá Samveldinum. - mettu upphæddina av íkastinum hjá Føroyum sambært fyribils fíggjaruppskotinum hjá Samveldinum samsvarandi luttøkuni hjá Føroyum í Horizon 2020 sbr. stk. 1, 2 og 3. Tá ið vanliga fíggjarætlanin er endaliga samtykt, kunnar ES Nevndin Føroyar um ásettu upphæddina av íkastinum hjá Føroyum, sbr. fyrsta stk. um útreiðslur sambært luttøku Føroya. Á fjórða árið eftir gildiskomuna skulu partarnir endurskoða lutfallið, ið ásetur føroyska íkastið. Hendan endurskoðanin verður grundað á upplýsingar um luttøkuna hjá føroyskum løgfrøðiligum eindum í óbeinleiðis og beinleiðis virksemi í Horizon 2020 árini 2014-2016. Í mars 2018 hevur Mentamálaráðið greitt frá, at partarnir hava samskift um sáttmálan, men útrokningin av fíggjaríkasti Føroya verður ikki broytt. Sostatt er og verður gjaldið roknað í mun til BTÚ. 3.1 Játtan og roknskapur Í talvuni síggjast roknskapartølini fyri árini 2014-2017. Harumframt er mett tal fyri 2018, grundað á fyrra gjaldið í árinum. t.kr. Ár Fíggjarlóg Eykajáttan Tilsamans Nýtsla Avlop 2014 9.700-300 9.400 9.329 71 2015 10.400 10.400 10.426-26 2016 10.700-400 10.300 10.266 34 2017 10.500 10.500 11.604-1.104 2018 12.500 12.500 13.666-1.166 53.800-700 53.100 55.291-2.191 8

Á myndini niðanfyri síggjast játtanin og roknskapurin. Somuleiðis er føroyska BTÚið tikið við, tó við 2 ára seinking, soleiðis at t.d. 2013 sæst undir 2015. ES-granskingarskrá Játtan/nýtsla, t.kr. 15.000 14.000 13.000 12.000 11.000 10.000 9.000 8.000 7.000 6.000 5.000 2010 2011 2012 2013 2014 2015 2016 2017 2018 24000 22000 20000 18000 16000 14000 12000 10000 BTÚ, mió.kr. Ár Játtan Nýtsla BTÚ 3.2 Fíggjarárið 2017 Játtanin í fíggjarlógini 2017 var 10,5 mió.kr. til ES-granskingarskránna. Fíggjarætlanin fyri 2018 og 2019 var somuleiðis 10,5 mió.kr. Í viðmerkingunum er greitt frá endamálinum við játtanini, upplýsingar eru um samlaðu upphæddina í Horizon 2020, og greitt er frá, at luttøkugjaldið í 2016 var 10,3 mió.kr. og varð mett at verða 10,5 mió.kr. í 2017. Spurt um metingar o.a. í sambandi við fíggjarlógina, hevur Mentamáláráðið í februar 2018 greitt soleiðis frá: Tær mest týðandi fortreytirnar fyri limagjaldinum eru øðrumegin, hvør endaliga fíggjarætlanin fyri Horizon-verkætlanina er, og hinumegin lutfallið í bruttotjóðarúrtøkuni millum ES og Føroyar. Broytingar í gjaldoyravirðinum hava ikki havt stórvegis ávirkan á limagjaldið. Tað hevur øll árini verið trupult at fáa ES at gera framskrivingar av limagjaldinum. Tí hevur fíggjarlógin verið gjørd við støði í einari meting av roknskapartølunum undanfarnu árini og búskaparligu útlitunum fyri framman. Avbjóðingin hevur verið, at Mentamálaráðið ikki fær rokningina fyri limagjaldið fyrr enn í januar, og at Mentamálaráðið nústani tá kennir møgulig frávik. Í mai 2017 hepnaðist tað Mentamálaráðnum at fáa ES til at gera framskrivingar fyri 2018 og árini frameftir. Mentamálaráðið hevur brúkt hesa framskrivingina á 12,5 mió. kr. sum grundarlag fyri fíggjarlógararbeiðið í 2018. Tá Mentamálaráðið í januar fekk rokningina fyri limagjaldið, mátti tíverri staðfestast, at hon er 13,6 mió. kr. So statt er framskrivingin, sum ES hevur gjørt, ikki serliga beinrakin. Frávikið í 2018 verður umleið 1,1 mió. kr. 9

Í talvuni niðanfyri er yvirlit við dagfestingum í 2017, sum hava týdning í málinum: Dagur Hending 23-01-2017 1. rokning frá ES, dagfest 17-02-2017 1. rokning frá ES goldin (5.815.114 kr.) 01-03-2017 1. rokning frá ES, gjaldsfreist 04-04-2017 Eykajáttan, freist at lata umsókn inn sambært rundskrivi 06-04-2017 Mentamálaráðið latið Fíggjarmálaráðnum umbøn um eykajáttan 15-05-2017 Lm.nr. 133/2016 eykajáttan fyri mai 2017, framløga 30-05-2017 Lm.nr. 133/2016 eykajáttan fyri mai 2017, 1. viðgerð 01-06-2017 2. rokning frá ES, dagfest 03-07-2017 Lm.nr. 133/2016 eykajáttan fyri mai 2017, álit (eykajáttan strikað) 05-07-2017 Tingsetan endað, ikki liðugt viðgjørd mál detta burtur 06-07-2017 2. rokning frá ES goldin (5.788.044 kr.) 31-07-2017 2. rokning frá ES, gjaldsfreist?- 08-2017 Mentamálaráðið sent Fíggjarmálaráðnum umbøn um eykajáttan 22-08-2017 Eykajáttan, freist at lata umsókn inn sambært rundskrivi 25-08-2017 Lm.nr. 14/2017 eykajáttan fyri august 2017-5, framløga 14-09-2017 Lm.nr. 14/2017 eykajáttan fyri august 2017-5, 1. viðgerð 29-09-2017 Lm.nr. 14/2017 eykajáttan fyri august 2017-5, álit Fíggjarmálaráðið hevur í desember 2017 greitt soleiðis frá: Tað er einki skrivligt samskifti millum Mentamálaráðið og Fíggjarmálaráðið um játtanina í 2017 á høvuðskontu 7.23.6.24. ES-granskingarskrá (Stuðulsjáttan). Biðið varð um eykajáttan í vár. Tá var fyrra rokningin fyri 2017 goldin, og Mentamálaráðið visti, at játtanin ikki fór at røkka til at gjalda seinnu rokningina. Eykajáttanaruppskotið varð lagt fyri Løgtingið tann 15. mai, men hóast tað, megnaði Løgtingið ikki at avgreiða málið, áðrenn løgtingsformaðurin sendi Løgtingið í summarfrí tann 5. juli. Av tí sama datt eykajáttanarumbønin burtur. Mentamálaráðið tók umbønina við aftur í eykajáttanarumfarið í august, men av tí, at seinna rokningin longu var goldin, var umbønin ikki gingin á møti av Fíggjarmálaráðnum. Fíggjarmálaráðið er tó samt við Mentamálaráðið um, at gjaldið mátti rindast til tíðina fyri at handla skynsamt, tí annars kom ein eykarokning fyri at gjalda ov seint. Mentamálaráðið slapp ikki undan at gjalda, tí landsstýrið er bundið av sáttmálanum um Horizon 2020, sum varð góðkendur í Løgtinginum í 2015. Metingin hjá Fíggjarmálaráðnum er, at tá rokning er komin, er ov seint at biðja um játtan, tá má meirnýtslan verða staðfest, og tað er júst støðan í hesum málinum. Minnast skal til, at tað at gjalda eina rokning er síðsti liður í avtalu millum partar. Játtanarliga er týdningarmest, at játtan er tøk, tá avtala verður gjørd. Annars verður komið í løgna støðu, har Løgtingið skal blástempla meirnýtslu við at veita eykajáttan, innan rokning verður goldin. Hvat er tað, Løgtingið tá verður biðið um at taka støðu til? Kann Løgtingið siga nei? Og hvat fyri støðu er landsstýrið í, um Løgtingið skuldi valt at sagt nei? Hetta hevur verið støðan og mannagongdin síðstu mongu árini, og tí kann tað undra, at spurnartekin nú verður sett við hesa tilgongd. Framhaldandi er metingin hjá Fíggjarmálaráðnum, at í hesum førinum, har landsstýrið er bundið av sáttmála, sum Løgtingið hevur góðkent, og har metta játtanin fyri 2017 vísti seg at vera ov tepur, minnir um støðuna við lógarbundnum játtanum. Tá verður biðið um eykajáttan, so Løgtingið kann taka støðu til, um eykajáttan skal veitast og/ella lógin broytast. Í hesum førinum varð biðið um eykajáttan í nóg góðari tíð, men megnaði Løgtingið ikki at avgreiða eykajáttanarumbønina, 10

áðrenn farið varð í summarfrí. Tískil var ikki annað at gera enn at rinda seinnu rokningina og staðfesta meirnýtsluna. Alt annað hevði verið ábyrgdarleyst. Í uppskotinum til eykajáttan í mai 2017 varð biðið um 1,1 mió.kr. Í uppskotinum er greitt frá, at orsøkin til hækkingina er stóri vøksturin í føroysku BTÚ. Í álitinum frá Fíggjarnevndini víðvíkjandi uppskotinum var eykajáttanin til ES-granskingarskránna strikað uttan aðra viðmerking enn hesa: Nevndin er ikki liðug at viðgera allar tættirnar í hesum eykajáttanalógaruppskoti, sum má sigast at vera serligt í mangar mátar, ikki minst í mun til upphæddirnar. Tí hevur meirilutin gjørt av at heita á Løgtingið um at samtykkja tær játtanir, sum meirilutin metir ikki kunnu bíða til eftir Ólavsøku. Mentamálaráðið bað ikki um eykajáttan við fíggjarnevndarskjali, áðrenn seinna rokningin varð goldin. 4 Samanumtikið Í fíggjarlógini er ein stuðulsjáttan til ES-granskingarskránna. Játtanin er bygd á eina meting av roknskapartølum og búskaparligum útlitum. Mentamálaráðið hevur ikki fingið ella brúkt nóg fullfíggjaðar upplýsingar til at ætla um játtanina fyri árið. Játtanarskipanin ásetir, at fíggjarlógin skal vera grundað á veruleikakendar vónir og so hollar ætlanir, sum til ber. Landsstýrismaðurin hevur skyldu til at útvega allar neyðugar og tøkar upplýsingar til endamálið. Landsgrannskoðanin ivast í, um Mentamálaráðið hevur lagt nóg stóra orku í at útvega nøktandi upplýsingar at meta um játtanina. Landsstýrið er bundið av sáttmálanum um granskingarsamstarvið. Ongin treyt er í sáttmálanum um, at játtan skal vera tøk til endamálið. Landsstýrið má tí halda sínar skyldur og rinda upphæddina innan síðstu gjaldsfreist. Mentamálaráðið bað um eykajáttan í apríl 2017, men málið fall burtur, tá ið tingsetan endaði. Í álitinum hevði Fíggjarnevndin tó strikað eykajáttanina til endamálið. Seinna rokningin varð goldin, beint eftir at tingsetan endaði tíðliga í juli 2017, tó at gjaldsfreistin var við mánaðarenda í juli. Mentamálaráðið bað ikki um eykajáttan við fíggjarnevndarskjali, áðrenn ráðið rindaði rokningina. Landsgrannskoðanin heldur, at landsstýrismaðurin í mentamálum átti at roynt at biðið um eykajáttan við fíggjarnevndarskjali, so skjótt tingsetan endaði, áðrenn onnur rokningin varð goldin. Ráðið royndi seg aftur við umbøn um eykajáttan í nýggju tingsetuni, men Fíggjarmálaráðið gekk ikki umbønini á møti, tí at seinna rokningin var longu goldin. Játtanarskipanin krevur materiella og fíggjarliga heimild, áðrenn útreiðslur verða hildnar. Er neyðugt við eykajáttan, hevur landsstýrismaðurin ábyrgd av, at umsókn um eykajáttan sum skjótast verður løgd fyri Løgtingið eisini um meirútreiðslan er grundað á t.d. lógarbundnar útreiðslur ella sáttmála frá eldri árum. Eykajáttanin er ikki treytað av nýggjum útreiðslum í árinum, men fevnir eisini um meirútreiðslur av gjørdum avtalum í eldri árum. Landsgrannskoðanin heldur tí, at landsstýrismaðurin altið hevur skyldu at nýta allar møguleikar í játtanarskipanini fyri at útvega sær nøktandi heimild skjótast møguligt. Skyldan er ikki treytað av, hvussu vánirnar annars kunnu vera fyri at fáa eykajáttanina. 11