Andreas Jacobsen, beiggi Onnu, festir garðin á Høgaryggi 14. januar í Hetta er einki valafesti.

Relaterede dokumenter
Andras á Forunum og Ríki-Rasmus við Sjógv

Søgan um "Vesturhavið Blíða"

Ein livandi Kristus til ein doyggjandi heim

Kirkjuligt Missiónsblað


DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál. Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar

Kirkjuligt Missiónsblað

Sigurd fekk medalju fyri sigling í krígstíð í Íslandi

Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin. Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014

Minni um teir, sum sigldu og teir, sum doyðu undir krígnum Ferðin hjá "Johannu" eitt rimmar tiltak.

Marius smíðar bát í Íslandi. ALS 10 ár. Stór frásøgn frá hátíðarhaldinum. Bjarni Djurholm má steðgast og fiskimonnum má vera tryggjað rættindi.

Um sjónleikir og sjónleikarar á Strondum og eina forkunnuga vitjan í Heygsstøð í 1959

Børn og doyving Kunning til foreldur

Út á Fagranes, har 7 fiskimenn mistu lívið í 1927

Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging

Fólkaheilsukanning Hvussu hevur tú tað 2015

forbindelse med både ansættelse, ændring i ansættelsesforhold og ved afslutning af ansættelsen.

-Tær skal ikki lutast eydnu í verøldini hiðanífrá, Malan! Ein óður maður av Norsku Løvu biður ilt oman yvir Maluna Hanusardóttir í 1708

Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland

Lívsins salt. Vit hava verið í Ibiza og hugt eftir saltframleiðslu. Neptun og Nólsoy

Framleiðsla av salti

Enok maðurin, sum gekk við Gudi

Ríki maður og Lázarus Luk. 16,

Frágreiðing frá Skipaeftirlitinum um arbeiðsvanlukku umborð á Túgvusteini hin

Bette og handilin á Høvdanum

Men størstur av teimum er kærleikin

Aftaná eitt misálit Tað hjálpir einki bert at seta nýggjan landsstýrismann. Tað, sum ræður um, er ein fullkomilig umskipan av fiskimálaráðnum.

Kirkjuligt Missiónsblað

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál

HEVUR JESUS NAKRAN TÝDNING

Svenskur elitusvimjivenjari

Givið út 30. mai 2017

Vegleiðing at dagføra GPS-kort. Tillukku við tínum keypi av GPS-korti. Kortið fevnir um Føroyar.

Námsferð 25. mai 5. juni 2017

Kirkjuligt Missiónsblað

Klagan til TV2. Hvat kann gerast. Upplivdi illveðrið í 1932, ið beindi fyri formanni í FF. Livravirkið á Eiði. Frásøgn hjá Andrew Godtfred:

Ársins studentur. Áhugaverd frásøgn frá meslingagrindini, sum var í Gøtu í Vit hava myndir frá grindini, sum ikki fyrr hava verið alment kendar.

- Webundersøgelse, Fólkaskúlaráðið, oktober Fólkaskúlaráðið. Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på

Kvinnan við Sikarsbrunn Partur II Joh. 4, 1-43

Hvat hendi við russarunum?

Veiðihagtøl fyri lunda Bergur Olsen og Jens-Kjeld Jensen

Kirkjuligt Missiónsblað

Jesus biður fyri okkum Joh. 17, 20-26

Kirkjuligt Missiónsblað

Sagsøgeren har påstået sagsøgte dømt til at betale kr. med procesrente fra den 26. juni 2003, subsidiært procesrente fra den 22. april 2008.

Bartal Andersen á Dunganum í Gerðum og havnarmaðurin Magnus hittast

Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding av elinnleggjarum

Hvussu kunnu vit liva sum trúgvandi í dag?

TÁ IÐ TIT... Kirkjuligt Missiónsblað. Nr juni árið

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Løgmaður um fiskivinnuna

Nr. 1 Februar árið

Fiskimaðurin sum gjørdist dýnukongur

Brúdleypið hjá kongssoninum. Matt. 22, 1-14.

HAVNAR KLUBBI oktober Endurgerð av minnisriti Havnar Klubba, tá hann fylti 160 ár.

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Verkið liðugt hjá Líggjasi

11. december (Indsendelsesbekendtgørelsen) Kapitel 1 Anvendelsesområde

Heilsu- og innlendismálaráðið

Mest støðuga fiskavirkið er í Vági

Skiparin sum virkaði sum tannlækni

Tvær kvinnur leggjast afturat stóra skaranum av einkjum á Strondum

Smiðjan á Skipanesi Brot úr okkara smiðjusøgu. Okkara maður í Nambia. Er prískappingin í vanda? Børn á Sanatoriinum

Kirkjuligt Missiónsblað

Fakturablanketten virk.dk. 1 At senda elektroniskar rokningar við fakturablanketten

Frá elstu døgum H A V N A R K L U B B A

ATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN H71 - NEISTIN. Sunnudagin 28. september kl Hoyvíkshøllin

Tøl um royking í Føroyum

Kirkjuligt Missiónsblað

Heilsu- og innlendismálaráðið

Føroyskur saltfiskur væl umtóktur

Orðið eigur í føroyskari felagsverklóg 1

"Okkara maður" í Sandoynni fyllir runt. Sigmund verður 75. Vit dokumentera, at sjónvarpstíðindini vóru fupp. Úr Syðrugøtu til Aberdeen

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

DOM. Under denne sag, der er anlagt den 16. august 2010, har sagsøgerne, A, B, C, D, E, F, H, I, J og K, nedlagt påstand om:

Gott at vita við útskriving & heimavitjan

Við Sólarris í Grønlandi í Realurin 50 ár. Skiparar í Føroyskir fiskimenn í Hirtshals

Søgan hjá einum krígssiglara. 75 ár liðin síðan sorgarleikin við "Riddaranum" Síða 2. Síða 13. Síða 22

Blákrossheimið Ársfrágreiðing 2017

Kirkjuligt Missiónsblað

Sólskinssøga á heilsuøkinum

Heilsan hjá langfarafiskimonnum

Føddur undir Hitler, vaksin upp undir Stalin

Nr mai árg. Lívsins orð

Kirkjuligt Missiónsblað

Nýggj stjórnarskipan má fyrst og fremst verja borgaran

90 ár síðani skaðagrindina. í Sandvík

Fiskimaðurin Andrias í Tarti. Vit ynskja honum tillukku og hava 5. part av hansara lívssøgu. M.a. eru vit í barsil hjá Georg L. Samuelsen í 1911.

Advokatskrivstovan Fr. Petersensgøta

Kvinnurnar við grøvina

Jarðarferðin hjá Morning Star

Trupulleikar og møguleikar við upsanum. Upsaátakið vísti, at møguleikar eru fyri upsanum, men teir koma neyvan av sær sjálvum.

Laksur frá veiðu í Alaska til sølu av føroyingi í USA

Transkript:

Nei, í song leggur hon seg ikki. Í bát fer hon heldur ikki. Anna á Høgaryggi hevur nakrar sálarløstir, nakrar ræðslukendar hugmyndir av song og av báti. Helst eru hesir løstir viðføddir. Anna á Høgaryggi er løgin. Hon er ikki sum fólk flest. Fer hon av bygdini, ber hon ikki viðførið sítt í einum pjøka ella í einum knýti. Nei, hon stappar alt inn undir klæðini á sær sjálvari, so hon sær enn meira løgin út, enn hon er. Soleiðis kunnu fólk møta henni í bygdini og millum bygda. Mest átøk einum vaggandi, fyltum lunda. Tað er ikki sørt, at fólk firnast hana. Hesin løgni atburður, hábrøgd hennara og tað, at hon so ofta trútut gongur og tosar við seg sjálva við orðum, sum ikki eru orð, kundu bent á, at hon samskiftir við okkurt ella við onkran, sum øðrum ikki lutast at hoyra ella at síggja. Kanska rúmast duldar maktir í hesum lítla kroppi - maktir, ið kunnu elva stórskaða, um tær verða sleptar leysar. Maktir, ið ikki vísa fyrilit, har tær raka, og har tær eru ætlaðar at raka. Best er at standa seg væl við hana. Fáar dagar áðrenn onglendingar seta á at bumba Keypmannahavn 2. september 1807, verður Anna Jacobsdatter, Anna í Høgaryggi, á Strondum, borin til dópin. Hon fær navn í tí gomlu kirkjuni við Sjógv 27. august í 1807. Onglendingar fáa miklan fong, tá teir gevast 4. september. Teir fara avstað við øllum tí danska herskipaflotanum. Anna á Høgaryggi fær einki við sær, tá hon fer út í lívið. Púrt einki. Tey eru fimm systkin uppi á Høgaryggi. Pápi teirra, Jacob Andersen, doyr í 1842. Í skiftinum eftir pápan stendur m.a., at húsini eru,,1 faldefærdigt Vaanhuus, bestaaende af 1 Røgstue, 1 Glasstue og 1 Fæhus i Enden. Sum vit síggja, er fjósið í øðrum endanum á húsinum. Har standa tvær kýr; onnur er 14 og hin 10 ára gomul. Húsini verða virðismett til einans 10 ríkisdálar. Somu hús vórðu munandi hægri mett 30 ár frammanundan í skiftinum eftir mammu Jacobs ommuni hjá Onnu, Andreas og hinum trimum systkinum. Anna var dóttir Jacob og Kathrine Andersen. Anna var ógift. Í kirkjubókini sæst, at hon er konfirmerað í 1829, næstan 22 ára gomul, og at hon tá hevur verið heima hjá foreldrunum. Í 1834 er hon ikki á Strondum, men í teimum eftirfylgjandi manntølunum er hon at finna við skiftandi bústúðum á Strondum, fyrst hjá foreldrunum, so leingi tey vóru á lívi, síðan hjá beiggjanum Andreasi í 1845. Síðani er hon hjá systrini Elsebeth, ið er gift við Jógvani Poulsen á Bakkanum við Sjógv; har sæst hon at hava verið í 1850, 1855 og 1860. Seinni er hon komin út í Gerðabýlingin at vera. Bæði í 1870 og 1880 stendur hon at búgva hjá Niels Jon Petersen í Hoyðgarðhúsinum í Gerðabýlinginum, og líkt er til, at hon er deyð út haðani, tí hon livdi bert fá ár eftir hetta seinast nevnda manntal, 1880. Hon doyði 3. mars 1885, 77 ára gomul. Kelda: Kongsfestini á Strondum 1

Búnýtini í húsinum eru fá, eitt nú,,1 forslidt Haandqværn og,,2 brøstfældige Jerngryder. Í skiftinum eftir Jacob Andersen, 18. mai 1842, stendur eisini:,,datteren Anna Jacobsdatter 33 Aar gammel, er sindsvag og opholder sig hjemme. Andreas Jacobsen, beiggi Onnu, festir garðin á Høgaryggi 14. januar í 1834. Hetta er einki valafesti. Andreas giftist árið eftir við Sare M. S. Pedersdatter úr Todnesi í Kollafirði. Tey verða vígd 18. juni í 1835 í Kirkjubø. Tey sleppa at liva saman sum hjún í gott og væl eitt ár. Sára Maria doyr 28. august 1836 av barnferð, triðja dagin eftir, at hon hevur átt fyrsta og einasta barn teirra, ein son. Sonurin verður doyptur 25. august 1836 og fær navnið Samuel Jacob Andreasen. Tá hann doyr barnleysur í 1912, doyr gamla bóndaættin á Høgaryggi út við honum. Anna Jacobsdatter, Anna á Høgaryggi, fær ongantíð í hesi verð eitt stað, sum hon kann kallað eitt heim; eitt stað, sum kundi verið griðstaður hennara. Hon skiftir ofta bústað. Hon kennir seg heimleysa - kennir seg ongastaðni at hoyra til. Hon reikar ofta umkring millum bygdir og gistir hjá góðum fólki. Hon er vælkend víða hvar. Tey flestu vita, hvør henda,,sera konan av Strondum er. Einaferð, hetta er um 1850, kemur hon til Norðagøtu og har er tað, at hon sigur hesi viðgitnu orðini:,,trongligt er. Tey eru nógv í húsi í Jákupsstovu í Norðagøtu. Húsbóndin Hans Petur Zachariasen og kona hansara, Marita (Martha Eliasdatter), eiga 8 børn. Tvær arbeiðskonur og ein yvir 80 ára gamal,,fattiglem búgva har eisini. Tilsamas eru tey 13 fólk í húsi. Ein dagin bankar uppá dyrnar í Jákupsstovu. Nú er tað Anna á Høgaryggi, sum biður sær hús, deyðlúgvað av tí longu ferðini heilt av Strondum. Frá gamlari tíð lógu festini á Høgaryggi og í Gørðum saman í einum festi, sum var 5½ merkur - merkt III í Bóndabókini. Ongar festibøkur eru fyri tíðarskeiðið 1765-1811, men onkuntíð í hesum tíðarbilið eru festini farið í tvíningar - Høgaryggsfestið, 2½ merkur, og festið í Gørðum, 3 merkur. Fyrstu festararnir frá 1584 í Høgarygsfestinum, tá Bóndabókin tekur við, eru Siffuord Olsen, Oluf Lauritzen, Daniel Olufsen og frá 1652 Poul Gregersen. Næsti festarin á Høgaryggi er Johannes Magnussen, sonur Magnus Poulsen. Hann tekur við festinum í 1671. Hann giftist við Elsebeth Samuelsdatter við Sjógv. Johannes doyr í 1718, 76 ára gamal og konan, Elsebeth, í 1728, 72 ára gomul. Sonur teirra, Magnus Johannesen, festir 1. juli í 1709. Hann er føddur u. 1677. Kona hansara eitur Martha Hansdatter. Magnus Magnussen, sonur teirra, giftist við Cathrine, dóttir Hans Hendrichsen úti í Gerðum. Festibrævið var skrivað, men Magnus doyði, áðrenn hann skuldi taka við festinum, bert 28 ára gamal. Hetta var í 1744. Katrina giftist uppaftur við Jørgen Klein Niclasen av Signabø (við honum kom Klein-navnið á Strendur). Hetta var 25. november í 1744 ikki eitt ár eftir, at fyrri maðurin var deyður. Jørgen Klein Niclasen fær festibrævið 25. apríl 1744. Hann doyr í bestu árum, ætlandi um 30 ára aldur. Katrina ger tá sáttmála við Jógvan Johannesen úti í Gerðum, at hann skal taka sær av garðinum, til sonurin, Anders Magnussen, er so mikið tilkomin, at hann kann taka við festinum. Beiggi einkjurnnar, Henrich Hansen, fær festið 5. september 1753. Sonur hansara, Hans Hendrichsen, festir sum tann seinasti í røðini - alt festið, 5½ mk, 11. mai 1767. Anders Magnussen, elsti sonurin hjá Katrinu og Magnusi Magnussen, leggur eina stevning fram á tingið, har hann ger vart við, at hann heldur seg hava rætt til festið. Á ein ella annan hátt fær Anders Magnussen 2½ mk (Høgarygg) í sín part og restin, 3 mk, hevur verið til hin partin (í Gørðum). Anders Magnusen er beinleiðis eftirkomari av festarunum í Høgaryggi í faðirætt. Hann giftist 24. november í 1774 við Elsebeth Jacobsdatter, á Rætt, í Syðrugøtu, doypt 1750, dóttir kongsbóndan Jacob Heinesen Tey fingu 5 børn. Jacob Andersen, doyptur 1778, festir 2½ mk í 1801-1803. Hann giftist í 1803 við Kathrine Joensdatter úr Kvívík. Tey fingu 5 børn Jacob doyr í 1842,,,af Guulsot, 63 ára gamal, og Kathrine í doyr í 1845, 61 ára gomul Andreas Jacobsen festir 14. januar í 1834. Hann fekk sær konu, Sara M. S. Pedersdatter, úr Todnesi í Kollafirði. Tey giftust 18. juni í 1835 í Kirkjubø. Árið eftir doyði Sára av barnferð. Andreas doyði úti 8. febr. í 1875. Sámal Jákup Andreasen, sonurin, festir 12. apríl í 1875. Hann doyr barnleysur, 6. januar í 1912, 75 ára gamal. Við honum doyði gamla bóndaættin út og húsini, ið hoyrdu til Høgarygsfestið, vórðu avtoftað. Kelda: Kongsfestini á Strondum (stuttur samandrátttur) 2

Marita er í dýrastu neyð. Børn hennara ræðast Onnu og okkurt teirra er sjúkt eisini. Hon veit sær ongi onnur ráð enn at biðja Onnu innivist í grannahúsinum, í Tjørnustovu. Anna rennur eyguni eftir Maritu, tá hon fer frá henni.. Tá Anna fer avstað aftur úr Tjørnustovu, takkar hon teimum fyri blíðskapin. Hon biður hin Altvaldandi um, at grind skjótt má koma. Hon er ikki meira enn komin burtur frá bygdini, tá rópt verður:,,grindaboð! Marita í Jákupsstovu hevur tað ikki gott. Slíkari sálarneyð hevur hon ikki verið í á levitíð. Hvat man fara at henda húsi hennara, manni og børnum - hvat man fara at spyrjast burturúr, nú hon hevur fingið ilt í eina slíka konu sum Onnu á Høgaryggi á Strondum? Hon má royna at fáa blíðka hana aftur. Hon biður øll í húsinum um halda eitt vakið eygað við, nær Anna kemur aftur til bygdina. Jú, ein dagin boða tey henni frá, at tey síggja Onnu. Hon er eyðkend, óskapilig og lorkut sum hon er við viðføri sínum stappað um allan kroppin. Marita næstan dregur hana við sær heim í Jákupsstovu.. Slíkum blíðskapi hevur neyðars Onnu aldri verið fyri áður. Út á kvøldið stingur ein álvarsligur trupulleiki seg tó upp. Tey vita av, at Anna ikki vil í song, men at hava hana sitandi uppi alla náttina ber ikki til. Tað er vána blíðskapur. Í roykstovuni stendur ein stór kista. Marita og arbeiðsgentan Sesilja, Cecilie Heinesdatter, royna at tosa Onnu upp í lag. -At sova í kistu er ikki tað sama, sum at sova í song, pjátra tær. Anna er púra samd. -Nei, ein kista er eingin song, heldur hon fyri. Niels Rósing Hansen stendur miðskeiðis á grundini, har bóndahúsini á Høgaryggi stóðu Tær leggja skinn og rekkjuváðir niður í kistuna og so leggur Anna seg í hana. -Trongligt er! sigur Anna á Høgaryggi. Tað er skjótt, at hon fer at brótast niðri í kistuni. Hon fær ikki andað, hon spennir á av dýrastu makt, men hon sleppur ongan veg. Hon liggur púra føst, sum proppur í fløsku. At enda liggur hon bara og ýlir. Marita og Sesilja eru púra forfardar. Tær royna at hála Onnu fyrst hendan veg og so handan veg, men upp úr kistuni fáa tær hana ikki. Anna hevur tað so ringt nú, at tað sær ikki mætari út, enn at tað skjótt er klárt at leggja lokið Vit síggja køstin, sum hoyrdi til garðin á Høgaryggi fremst á myndini 3

Í Danmark innførdi Christian 6. konfirmatiónina í 1736 fyri øll - uttan mun til stætt. Um tú ikki vart konfirmeraður, misti tú tíni borgarligu rættindi, m.a. loyvi til at giftast og at bera fram vitnisburð. Tú kundi verða straffaður, um tú ikki vart konfirmerað/ur, áðrenn tú hevði fylt 19 ár. Noktaði tú fyri at verða konfirmerað/ur, vart tú blakað/ur í fongsul. Fyrstu konfirmantarnir, sum eru skrivaðir í Eysturoyar kirkjubók, finnast í árinum 1739. Tey, sum fermd vóru tá í tíðini, vóru ógvuliga ójøvn á aldri. Summi vóru nøkur og tjúgu ára gomul og tey yngstu kanska eitt sindur undir 20 ár. Hesin stóri aldurs-munurin mundi koma av, hvat ið tey dugdu av tí lærdómi, ið tá kravdist til tess at tey kundu verða fermd. Keldur: Wikipedia, Kongsfestini á Strondum á kistuna og bera bæði hana og Onnu út í kirkjugarðin. So finna tær báðar uppá at reisa kistuna upp eftir enda. Marita skrykkir í Onnu frammanfyri, meðan Sesilja togar kistuna burturav henni aftanfyri. Tað gekk, men rumblið er øgiligt í roykstovuni. Anna piprast og ristist sum eitt bókablað. Hevði Anna fyrr ikki kunna farið í bát ella í song, illanstíð leggur hon seg hereftir í kistu. Tað gongur rúm tíð, áðrenn tær fáa sissað Onnu aftur, men tá tær høvdu hjúklað um hana, klappað og kínt henni bæði væl og virðiliga, kemur hon umsíðir yvir ringasta skelkin. Men hon má fáast at sova onkursvegna. Anna er deyðatroytt. Sesilja, sum er ógvuliga hyggin, veit ráðini. Í roykstovuni er ein koyggja, sum eingin hevur sovið í. Ein koyggja, sum eingin hevur sovið í, er ikki ein song, so har kann Anna sova - men vanlig koyggjuklæði kunnu ikki nýtast, tí so er tað song. Tey leggja so klæði og skinn inn í koyggjuna og roðstúkur undir høvdalagið. Anna leggur seg væl nøgd í koyggjuna og sovnar sum steinurin. Men nú er aftur galið. Um náttina kemur grindaboð og menninir skulu hava sínar roðstúkur, sum liggja undir høvdinum á Onnu. Eingin torir at vekja hana, tí kemur ilt í eina slíka kvinnu sum Onnu á Høgaryggi, sleppur grindin við brestin og sæst ikki aftur. At fara roðstúkuleysir avstað ber heldur ikki til. Aftur má Sesilja upp í leikin. Hon andar djúpt fýra ferðir og vekir so varisliga Onnu. -Vilja tit hava roðstúkur undan mínum høvdalagi, skulu tit eisini fáa tær og Guds signing fylgi tykkum! sigur Anna so findarblíð, nú hon sær, at hon ikki liggur í kistu. Um kvøldi liggur tvøst og spik á bóndans gólvi. Anna Jacobsdatter búði síni síðstu ár úti í Gerðum. Ein vetrardag, 8. februar í 1875, støkkur beiggin, Andreas, inn á gólvið í Hoygarðshúsinum úti í Gerðum, har hon heldur til. Andreas er gamal, hann orkar ikki at húsast einsamallur longur. Býlingurin í Gørðum í dag. Til síðst í 1700-talinum lógu festini á Høgaryggi og í Gørðum saman 4

Æviskeiðið hjá Andreasi Jacobsen fekk ein bráðan og syndarligan enda, við tað, at hann ein vetrardag doyði úti. Tað hendi 8. februar 1875. Í kirkjubókini er viðmerkt:,,druknet i en Elv på Strænder. Hann var 70 ára gamal. Sýslumaðurin í Søldarfirði hevur skrivað eitt bræv til fútan, dagfest 9. februar 1875, við frágreiðing um vanlukkutilburðin. Frágreiðingin byrjar við at siga frá, at Andreas vanlukkudagin hevði verið úti á Heyggi og í Gerðum. Eisini hevði hann verið í handlinum í Heygsstøð. Umleið klokkan hálvgum trý seinnapartin varð hann sæddur gangandi á veg til hús,,,gaa til sit Hjem Højderyg, der ligger mellem Seblende og Sjov, sum tað stendur í frágreiðingini. Tað var haldbóndin Inni í Bø, Jacob Hansen Eiðis-.Jákup nevndur sum kom fram á hann. Í frágreiðingini stendur m.a.,,han (Andreas) var paa den noget stejle Brink ved Bækken styrtet ned i denne; thi han fandtes staaende på Hovedet i Bunden af Vandløbet med Benene opad Brinkens Skraaning, hans Hoved og Skuldre havde stoppet Vandets løb i den smalle Rende; derved havde Vandet ophobet sig omkring hans Hoved, medens hætten og Huen var gleden ned foran Ansigtet, og i denne stilling maatte han øjeblikkelig kvæles eller drukne. Tað eydnaðist ikki Eiðis-Jákupi, Niels Joensen (Niels í Heiðunum, pápa Heiða-Jógvan) og Símun Jóhan Joensen (Símun í Fornlendi) at fáa lív í Andreas aftur. Tann lítla áin, sum hann datt í, man helst vera tann áin, sum rennur í Sevlendisbø uttan fyri Sveinsrygg, nevnd Kollfjarðará. Har er bratt og skjótt er at snáva á, tá soleiðis er. Vetrardagur var eisini. Kelda: Kongsfestini á Strondum Hann vaks upp hjá mammusystrini í Koltri. Hann stendur í manntalinum í 1860 at hava búð hjá pápanum á Strondum eitt stutt skifti, men er so farin har frá aftur - fyrst út í Hest og haðani aftur í Koltur. Tá pápin doyr, er hann í Skopun. Sámal Jákup Andreasen er fyrst einsamallur í húsi, men í manntalslistanum í 1890 og eisini í 1901, býr hann, eins og pápin gjørdi, hjá Hanusi í Royðutoft. Tað gekst ikki væl í hond hjá Sámal Jákupi við garðinum í festartíð hansara, sum vardi í út við 37 ár. Við sáttmála frá 12. mars 1887 letur hann garðin til Berthel M. Gjerdum (Bartal í Króki, keypmann) at røkja í 12 ár. Í 1899 tekur Sámal Jákup so við aftur garðinum. Fimm ár seinni býr hann niðri við Sjógv í húsunum hjá Hans Peturi Hansen, Hans Petur hjá Niclasi (1867-1939). Hans Petur er giftur við Jóhonnu f. Jacobsen (1866-1951) úr Kollafirði. Fyri hundrað árum síðani, hin 6. januar 1912, doyr Sámal Jákup út haðani, 75 ára gamal. Við honum doyr gamla bóndaættin út. Tá fær Høgarygsfestið annan festara. Tað er Hans Petur Hansen, í hvørs húsi Sámal Jákup búði síni seinastu ár. Bóndahúsini á Høgaryggi avtoftaðust og í dag sæst eingin farvegur eftir av teimum. Keldur: Kongsfestini á Strondum, Ungu Føroyar, nr. 12, desember 1914 Myndir: svørt/hvítu myndirnar eru úr myndasavninum hjá Lassa Borðoy. Litmyndirnar hevur Anfinn Gærdum tikið Hann hevur í nú 8 vikur fyri tað mesta búð hjá hjá Hans Andriasi Johansen, Hanusi á Royðutoft, ið er ættaður úr Gørðum. Henda dagin ætlar hann sær heim til sín sjálvs, men hann ætlar sær tó fyrst at steðga á í handlinum niðri á Heygsstøð. Anna sær ongantíð beiggja sín aftur. Á vegnum heim dettur hann í eina á og doyr. Sonur Andreas, Samuel Jacob Andreasen, Sámal Jákup, festir 12. apríl í 1875. Húsini hjá Hans Peturi og Jóhonnu Samulinu Hansen við Sjógv, har Sámal Jákup doyr út í 1912 5