FORMAÐURIN. Óluva Hansen móti P/F Grón mismunur vegna viðgongu og barnsburð

Relaterede dokumenter
Sagsøgeren har påstået sagsøgte dømt til at betale kr. med procesrente fra den 26. juni 2003, subsidiært procesrente fra den 22. april 2008.

Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding av elinnleggjarum

Uppskot. til. løgtingslóg um rættindi løntakaranna í sambandi við, at landsstýrið yvirtekur mál og málsøki frá ríkismyndugleikunum

Løgtingið. Tórshavn, tann 24. februar 2009 Vmr J.Nr.:

forbindelse med både ansættelse, ændring i ansættelsesforhold og ved afslutning af ansættelsen.

Orðið eigur í føroyskari felagsverklóg 1

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

- Webundersøgelse, Fólkaskúlaráðið, oktober Fólkaskúlaráðið. Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på

Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar

Givið út 30. mai 2017

Málsgongd Við skrivi, dagfest 12. desember 2008, sendi Mentamálaráðið soljóðandi uppsøgn til klagaran:

Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging

Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland

Bygnaðarbroytingar, tænastumenn og grundgevingar

Løgtingsmál nr. xx/2008: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tænastumenn landsins. Uppskot. til

Advokatskrivstovan Fr. Petersensgøta

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

Under arbejdet med kunngerðini er jeg blevet opmærksom på 3 områder i loven, jeg mener vi lige må tænke over en ekstra gang.

Heilsu- og innlendismálaráðið

Álit. viðvíkjandi klagu um manglandi svar upp á innlitsumbøn

11. december (Indsendelsesbekendtgørelsen) Kapitel 1 Anvendelsesområde

Vegleiðing um krøv í løgtingslóg um tryggingarvirksemi til nevndarlimir og stjórnarlimir um førleika og heiðursemi (fit & proper)

Grannskoðaranevndin. Dagfesting: 24. mars GN-1/2014 (j. nr. hjá Skráseting Føroya 11/00060) móti. Løggildum grannskoðara Jógvan Amonson

Løgtingsmál nr. 84/2010: Uppskot tilríkislógartilmæli um gildiskomu í Føroyum av lóg um Fólkatingsumboðsmann. U p p s k o t. til

Gamlar myndir úr Norðuroyggjum

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál. Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess

Skatta- og avgjaldsmál avgerðir

LØG M A N S S K R I V S T O V A N. P r i m e M i n i s t e r s O f f i c e

Vegleiðing at dagføra GPS-kort. Tillukku við tínum keypi av GPS-korti. Kortið fevnir um Føroyar.

Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin. Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014

Heilsu- og innlendismálaráðið

Dátueftirlitið Tinganes - Postboks Tórshavn Telefonnr:

Landsstýrismálanevndin hevur viðgjørt málið á fundum 30. oktober 2012, 22. januar, 21. mars og 11. apríl 2013.

Kanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum

DOM. Under denne sag, der er anlagt den 16. august 2010, har sagsøgerne, A, B, C, D, E, F, H, I, J og K, nedlagt påstand om:

Álit um stýrisskipanarviðurskifti Føroya

Bekendtgørelse af overenskomst af 2. februar 2007 med Island om den maritime afgrænsning mellem Færøerne og Island

Uppskot. til. løgtingslóg um semingsstovn

Klagan til TV2. Hvat kann gerast. Upplivdi illveðrið í 1932, ið beindi fyri formanni í FF. Livravirkið á Eiði. Frásøgn hjá Andrew Godtfred:

Frágreiðing frá arbeiðsbólki, ið skal lýsa hvørji átøk kunnu gerast til tess at fyribyrgja at borgarar enda uttanfyri arbeiðsmarknaðin

P/F EIK BANKI YVIRI VIÐ STROND 2 POSTBOX TÓRSHAVN Føroyar

Álit. viðvíkjandi klagu um vantandi innlit í mál um keyp av heimasíðu hjá Kringvarpi Føroya

Álit Viðvíkjandi klagu um vantandi fráboðan, grundgeving og kæruvegleiðing í avgerðum hjá TAKS

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

Viðvíkjandi: P/f Tryggingarfelag Føroyar yvitekur virkisøkið frá P/f Trygd

Strongdkanning av limum hjá Starvsmannafelagnum. Gjørd av Fegin Ábyrgdari: Niclas Heri Jákupsson

Børn og doyving Kunning til foreldur

Fíggjarmálaráðið. Løgtingið Dagfesting: 7. februar 2018 Mál nr.: 17/ Málsviðgjørt: JEK

Blákrossheimið Ársfrágreiðing 2017

Álit. viðvíkjandi. víðkan av føroysku útbúgvingarstuðulsskipanini til allar lesandi føroyingar uttanlands

Almannastovan. Almannastovan. Skjal 11. Dagur J. nr I. Almanna- & Heilsumálastýrið Fyrisitingardeildin Eirargarður Tórshavn

Uppskot til. ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar partar av broytingum í hjúnabandslógini og rættarvirknaðarlógini

Løgtingið Tórshavn, tann 9.juni 2015 J.nr.: 12/ Løgtingsmál nr. / 2015: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar søloven

Løgtingsmál nr. 59/2014: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar

Grannskoðaraeftirlitið. Grannskoðaraeftirlitið. Ársfrágreiðing. Almannakunngjørd 23. juni 2017

Vinnukærunevndin - avgerðir

Konference om affald på havet

Løgmansskrivstovan. Løgtingið Dagfesting: 11. november 2016 Mál nr.: /16 Málsviðgjørt: GJ

Álit. løgtingsmáli nr. 79/2008: Uppskot løgtinglóg um avtøku av løgtingslóg um altjóðarættarligu sáttmálar Føroya landsstýris at gera

Klagan, sum var viðheft teldubrævinum, er dagfest 29. desember 2014, og var soljóðandi:

ARBEIÐSMARKNAÐUR ANNO 2005

Liðugfráboðan til eftirlits av Brunaávaringarskipan

Sáttmáli millum Føroya Tekniska Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið um arbeiðstíð og yvirtíð

OVERENSKOMST FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ FARMAKONOMFORENINGEN MELLEM

OVERENSKOMST 2011 til 2015

Løgtingið Argir, 29. februar Løgtingsmál nr. 70/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tollsatsir.

Uppskot. til. Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar soljóðandi lóg:

Frágreiðing um grundlógararbeiði

Løgtingsmál nr. 19/1998. Uppskot til ríkislógartilmæli um lov om videnskabsetisk komitésystem og behandling af biomedicinske forskningsprojekter

Mikudagin TANN 15. apríl verður ráðstevna á Hotel Føroyum um multiresistentar bakteriur og antibiotikaresistens

SÁTTMÁLI MILLUM FARMAKONOMFORENINGEN OG FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ

LEIÐREGLUR FYRI EMBÆTISFÓLK Í LANDSFYRISITINGINI

Fólkaheilsukanning Hvussu hevur tú tað 2015

Akademiútbúgvingin. Próvtøkan juni Føroya Handilsskúli

Álit viðvíkjandi klagum um starvssetanir í Suðuroyar musikkskúla. Við skrivi, dagfest 16. februar 2014 sendi A umboðsmanninum soljóðandi klagu:

Heilsu- og innlendismálaráðið

Uppskot. til. Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta soljóðandi uppskot til kongliga fyriskipan í gildi fyri Føroyar:

HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ

Felagslívstrygging. fyri limir í Føroya Fiskimannafelag. Havnar Arbeiðsmannafelag Føroya Arbeiðarafelag. Felagslívstrygging

LØGMANSSKRIVSTOVAN LØGDEILDIN

Frágreiðing um barnaforsorg

Sigurd fekk medalju fyri sigling í krígstíð í Íslandi

Aftaná eitt misálit Tað hjálpir einki bert at seta nýggjan landsstýrismann. Tað, sum ræður um, er ein fullkomilig umskipan av fiskimálaráðnum.

Marius smíðar bát í Íslandi. ALS 10 ár. Stór frásøgn frá hátíðarhaldinum. Bjarni Djurholm má steðgast og fiskimonnum má vera tryggjað rættindi.

Bakstøði Ynski var: - At lýsa teir møguleikar og tær treytir eldri fólk í Føroyum hava fyri einum góðum lívi í eldri árum - At lýsa hvørji átøk kunnu

Kunngerð. grannskoðaraváttanir v.m.

Innkomin ummæli til uppskotið til løgtingslóg um semingsstovn og viðmerkingar til innkomnu ummælini

Samandráttur av øllum uppskotunum

Kirkjuligt Missiónsblað

Álit. viðvíkjandi klagu um handfaringina hjá Hvalbiar kommunu av eini innlitsáheitan

Hoyringssvar til uppskot um broytingar í útlendingalógini

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi

Løgtingsmál nr. 115/2011: Uppskot til løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin) Uppskot. til. løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin)

Javntekstur og lykil. Galdandi orðingar í ættleiðingarlógini samanbornar við broyttu orðingarnar í uppskotinum til ættleiðingarlógarlóg

Síða 1 av 7. Inngangur

Kæra um ótolandi viðurskiftini hjá ljósmøðrunum á Landssjúkrahúsinum

Grannskoðaraeftirlitið. fghjklæøzxcvbnmqwertyuiopåasdfghj. Ársfrágreiðing og 2010

Føroyskur saltfiskur væl umtóktur

HEILSUMÁLARÁÐIÐ. Til: hoyringspartar

Transkript:

P/F Grón Óluva Hansen Hoyvíksvegur 65 c/o Advokatfelagið Postboks 3352 Postboks 6 110 Tórshavn 110 Tórshavn Att.: Sveinur Thomassen Att.: Jógvan Elias Winther Poulsen adv. 12. desember 2007 Óluva Hansen móti P/F Grón mismunur vegna viðgongu og barnsburð Javnstøðunevndin er sett sambært løgtingslóg nr. 52 frá 3. mai 1994 um javnstøðu. Í nevndini sita í hesum máli: Kári á Rógvi, formaður Jan Mortensen umboðandi arbeiðsgevarar Jákup Páll Mohr Mortensen umboðandi løntakarar Jancy Olsen umboðandi Kvinnusamskipan Føroya Hanna Ziska umboðandi skúla-, heilsu-, og almannaverkið. Bjørg Jacobsen er nevndarskrivari. Nevndin hevur tikið meirilutaavgerð í hesum máli, og hevur Jan Mortensen skrivað minnilutaálit, ið er endurgivið aftast í hesum skrivi. Viðgerð av málinum Sambært javnstøðulógini 9, litra 1 skal javnstøðunevndin hava eftirlit við, at lógin verður hildin, og sambært 11, stk. 1-2 kunnu fólk, ið halda seg vera fyri mismuni kæra til nevndina, ið síðani kann taka málið upp. Óluva Hansen í Nólsoy hevur lagt mál fyri nevndina um møguligt brot á ásetingina, ið verjir ímóti mismuni í samband við viðgongu og barnsburð. Nevndin hevur viðgjørt málið á fylgjandi nevndarfundum: 1. 4. apríl 2007 2. 14. august 2007 3. 6. november 2007 (fyrst ásett til 3. oktober), har umboð fyri partarnar vóru tilsagdir og møttu. Nevndin hevur skrivað hesi skriv: 1. Hoyringsskriv til Grón dagfest 10. apríl 2007 2. Felags hoyringsskriv dagfest 14. august 2007

Nevndin hevur fingið hesi skjøl: 1. Í samband við kæruna: uppsøgn frá Grón dagfest 19. september 2006 2. Hoyringssvar frá Grón dagfest 26. apríl 2007 3. Hoyringssvar frá J. E. Winther Poulsen advokati vegna Óluvu Hansen. Á fundi 6. november møttu: 1. Jógvan Elias Winther Poulsen fyri Óluvu Hansen, 2. Sveinur Thomassen fyri P/F Grón. Umframt skrivligu viðgerðina hava skrivari og nevndarlimir vegleitt partarnar um málið. Nevndin tók støðu sína á fundi 12. desember Lógargrundarlag alment Hóast javnstøðulógin hevur verið í gildi í meira enn tíggju ár, tykjast fáar avgerðir at verða tiknar um mismun sambært 3-7 í lógini. Tí nýtir nevndin í hesum máli høvi at greiða gjølliga frá heimildargrundarlagi sínum. Eftir føroyskari lóg eru starvsetanir fyrst og fremst at metast sum avtalur. Hesar skulu haldast men kunnu eisini rættiliga einfalt sigast upp, um ikki annað er avtalað. Í dómi í málinum FA móti FAG - døgndrift, ið er at finna í savninum hjá Fasta Gerðarrætti www.fg.fo, er greitt frá avtalugrundarlagnum í starvsetan og teimum heimildum, ið arbeiðsgevari hevur sambært slíkum avtalum. Vanliga er rættiliga frítt hjá arbeiðsgevara at siga fólk úr starvi. Í føroyskari lóg er onki vanligt krav galdandi um, at uppsagnir skulu vera sakligar sum ásett er í øðrum londum og eisini í fleiri altjóða sáttmálum (hjá ILO), ið Danmark og Føroyar enn ikki hava tikið undir við. Uppímóti hesum útgangsstøði, at arbeiðsgevari ikki skal grundgeva uppsøgn, standa so aðrar reglur. Í lóg, í felags (kollektivum) sáttmálum og einstøkum avtalum kann vera ásett, antin at ógrundað ella ikki nøktandi grundað uppsøgn krevur uppsagnarfreist og løn fyri uppsagnartíð, ella at summar grundir ikki eru loyvdar, ella at serligar mannagongdir skulu fylgjast. Í hesum máli eru í øllum førum tvær avmarkingar ásettar. Onnur er at finna í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrksútbúgvingar, ið hevur skipan við royndartíð, áseting um, at uppsøgn krevur, at hin parturin ikki heldur skyldur sínar ( 39), og áseting um yrkisnevnd ella sáttmálanevnd, ið skal taka avgerð sambært kunngerð nr. 86 frá 15. mai 2001 um sáttmálanevnd. Sum skilst viðger sáttmálanevndin málið sambært síni heimildarlóg. Hin avmarkingin er at finna í javnstøðulógini, ið ásetir forboð móti uppsøgn og øðrum mismuni vegna viðgongu og barnsburð.

Aðrar avmarkingar kunnu vera í felags sáttmála, í rættarvenju ella øðrum heimildargrundarlagi.verður ósamsvar ímillum ymsar úrskurðir í sama faktiska máli, mugu dómstólarnir greiða fløkjuna, tí teir vanliga eru heimilagir at taka støðu til allar lógarspurningar og kunnu viðgera fleiri heimildir í senn. Spurningurin um viðurlag fyri tíðina áðrenn uppsøgn fellur greitt uttanfyri heimildir okkara. Javnstøðunevndin hevur viðgjørt spurningin, hvørt málið skal avgreiðast óheft av viðgerðini í sáttmálanevndini. Viðhvørt mugu heimilagir myndugleikar víkja fyri øðrum, og viðhvørt mugu myndugleikar lata aðrar myndugleikar viðgera partar av máli fordómsliga (prejudicielt). Um hetta kann t.d. lesast á www.fg.fo, har undir Tilfari liggur rit um slíkar spurningar hjá fasta gerðarrætti. Vanliga skal myndugleiki víkja, um hin myndugleikin er hægri, betri ella serstakari. Javnstøðunevndin kann hugsast at víkja, um málið verður viðgjørt í rættinum, og nevndin kann hugsast at bíða eftir úrskurði frá lækna um heilsuligar spurningar ella eftir gerðarrætti um tulking av felags sáttmála. Spurningurin er so, hvørt javnstøðunevndin skal víkja fyri ella bíða eftir sáttmálanevndini. At víkja heilt tykist verða greitt ólógligt. Sáttmálanevndin hevur ikki heimild at taka avgerð um javnstøðu; tí má javnstøðunevndin í øllum førum taka egna støðu. Hevði sáttmálanevndin tikið støðu eftir javnstøðulógini, hevði verið talan um ógilduga avgerð, sjálvt um hon annars var innihaldsliga røtt. At víkja partvíst, tí talan er um lærlingaviðruskifti kundi verið annar møguleiki. Sáttmálanevndin hevur royndir í at meta um uppsagnargrundir í lærlingamálum og hevur arbeiðsmarknaðarkøn umboð. Men hetta er kortini ikki rætta mannagongdin. Javnstøðunevndin tekur partvíst støðu til somu fakta, men út frá ymsum lógfakta, munandi ymiskligum lógarásetingum. Eftir javnstøðulógini skulu vit kanna, hvørt arbeiðsgevari hevur prógvað at mismunur ikki er framdur vegna viðgongu, sum er annað enn at meta um lærlingurin hevur hildið skyldur sínar. Javnstøðunevndin hevur eisini umboð fyri bæði arbeiðsgevarar og løntakarar, umframt góða fakliga breidd í nevndarlimum og skrivara. At talan fyri ein part er um lærligaviðurskifti er í mesta lagi spurningur av slíkum slag, at nevndin sjálv kann taka støðu uttan fordómsliga meting. Sum Poul Andersen skrivar í bók síni Dansk Forvaltningsret (5. udg.) á síðu 291: [En] Bestemmelse forudsætter ofte en Afgørelse af visse præjudicielle Spørgsmål, som, hvis de forelaa til selvstændig Afgørelse vilde henhøre under Domstolene eller en anden Forvaltningsmyndigheds Kompetence. At saadanne præjudicielle Spørgsmaal ikke forrykker Kompetencen med Hensyn til det forhold, som Forvaltningsakten umiddelbart afgør, er givet... [den] Myndighed, som er kompetent med Hensyn til Hovedspørgsmaalet, i Reglen ogsaa har Kompetence til incidenter at afgøre præjudicielle spørgsmål. At víkja ov nógv kann enntá vera óheimilað og týðandi brot. Hans Gammeltoft-Hansen og aðrir skriva í bók síni Forvaltningsret á síðu 291: Ifølge det organisatoriske specialitetsprincip må en forvaltningsmyndighed ikke varetage hensyn, som det ifølge loven tilkommer en anden myndighed at varetage. Hesar bøkur munnu taka væl samanum støðuna, eisini hjá okkum.

Í hesum málið tilkemur bæði javnstøðunevnd og sáttmálanevnd at taka støðu til hvør sín spurning, og kann tann seinna teirra at avgera helst skeita at avgerðini hjá teirri fyrru (ikki minst um talan verður samanfallandi avleiðingar, sanktiónir); men hvørgin hevur skyldu at bíða, hvørgin kann eftir organisatoriske specialitetsprincip taka avgerð fyri hina, og báðar eru heimilaðar at taka støðu til Hovedspørgsmaalet eftir síni heimildarlóg. Lógargrundarlag eftir 6 í javnstøðulógini Sambært javnstøðulógini 6, stk. 1 hava løntakarar rætt at verða burtur úr arbeiði í samband við viðgongu, barnsburð og eftir barnsburð sambært lóg og/ella sáttmála. Ásett er í 6, stk. 3, at verður løntakari uppsagdur ella fyri vanbýti ímóti reglunum, skal arbeiðsgevarin rinda samsýning, sum í mesta lagi svarar til løn í 50 vikur, alt eftir starvsaldri og umstøðunum annars. Eftir javnstøðulógini 6, stk. 5, áliggur tað arbeiðsgevaranum at prógva, at uppsøgn ella annað vanbýti ikki var grundað á viðgongu og barnsburð. Hesar ásetingar avmarka vanligu leiðsluheimildirnar hjá arbeiðsgevara. Tær vísa til aðrar ásetingar viðvíkjandi rætti til orlov, tær bera í sær próvbyrðureglu, og tær áleggja at bøta fyri brot. Víst verður til lóg og/ella sáttmála viðvíkjandi innihaldsligum ásetingum um barnsburð. Í hesum føri man løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan vera mest viðkomandi. Eftir henni eigur Óluvan Hansen rætt til partvíst lønt og partvíst ólønt farloyvi farloyvi undan og eftir føðing. Ongin træta tykist vera um, at Óluva vildi gera hesi rættindi galdandi. At løntakari eigur rætt at vera burtur eftir 6, merkir, at vanliga atgongdin at siga fólki úr starvi eftir vild er óheimilað ta tíðina, tá viðkomandi eftir lóg ella sáttmála hevur orlov. Løntakari kann kortini verða sagdur úr starvi, um viðkomandi óheft av viðgongu hevði verið sagdur úr starvi. Arbeiðsgevari kann minka um virksemi sítt, kann umskipa tað, kann meta løntakaran óegnaðan, kann vilja hava onkran annan í starv; arbeiðsgevarin kann enntá hava onkran subjektivan óvilja ímóti løntakaranum; allar hesar orsøkir kunnu brúkast at siga fólk úr starvi. Men bæði orsøkir og ætlanir mugu fyriliggja óheft av viðgonguni. Í viðmerkingunum til lógina verður sagt á síðu 681 í løgtingstíðindum 1992: Ætlanin [er] at tryggja løntakarum í sambandi við barnsburð (fyri, undir og eftir), soleiðis, at løntakarin ikki lættliga kann sigast upp, tí hesin hevur kravt tey rættindi, sum galdandi lóg ella sáttmáli ásetir. Júst tí er próvbyrðureglan so týðandi. Arbeiðsgevarin skal prógva, at uppsøgnin ikki var grundað á hesi viðurskifti, tvs. at viðkomandi vildi gera rættindi síni um orlov galdandi í samband við viðgongu og barnsburð. Í hesum liggja tvinnanda liðir. Fyrri er, at arbeiðsgevarin skal vísa á, hvørjar aðrar orsøkir vóru fyri uppsøgn. Seinni liður, at arbeiðsgevarin má ávísa, at hesar orsøkir sjálvstøðugt førdu til uppsøgnina. Í viðmerkingunum verður sagt á nevndu síðu: (sonevnd øvug próvbyrða).

Javnstøðunevndin er ikki bundin av úrskurðum í øðrum londum, uttan mum til um teirra samsvarandi ásetingar eru líkar okkara ella ikki. Nevndin velur tí ikki at vísa til útlendskar úrskurðir ella útlendskar bøkur. Men nevnast skal kortini, at nevndin er virkin partur í norðurlendska samstarvinum fyri javnstøðumyndugleikar, og at rættarstøðan tykist vera tann sama í norðanlondum. Arbeiðsgevarin má kunna vísa á ikki bert faktiskar umstøður, ið vóru saklig grund ella subjektiv orsøk til uppsøgnina, men serliga má hann kunna vísa á, at hesar umstøður bóru ímóti uppsøgn óheft av viðgongu. Á internetinum liggja úrskurðarsøvn hjá hinum norðanlondunum til samanberingar. At løntakari mangar ferðir ikki er møttur rættstundis, hevur verið ófólkaligur, ella hevur víst seg at hava ódámligar vanar slíkt eru altsamalt umstøður, sum kunnu hava ført til ætlanir um uppsøgn, men slíkar umstøður kunnu eisini mótvigast av, at hini starvsfólkini eru líka ring, ella av at viðkomandi kortini fær nógv frá hondini, ella av at arbeiðsgevarin ikki tekur støðu, uttan heldur letur sær lynda. Próvbyrðan er tung at lyfta, um ikki ávísast kann, at ávaringar eru givnar, umskipanir samtyktar, ella aðrar greiðar próvførslur gera bæði orsøkir og ætlanir ítøkiligar, viðkomandi og nærar. Javnstøðunevndin stendur sum aðrir myndugleikar frí at leggja ymiskan dent á próvvirðið í próvtilfari og frágreiðingum, og fyri tann part talan er um avgerð eftir meting má nevndin eftir fyrisitingarlógini seta orð á tey valdu atlit og vekt teirra. Men próvbyrðisreglan merkir tó, at nevndin í fyrstu atløgu skal meta um próvførslu hansara, eftir at nevndin hevur staðfest, at umstøðurnar týða uppá uppsøgn ella annan mismun í samband við viðgongu. Verður staðfest, at talan er um mismun, er næsta stig at áseta samsýning ella eftir 12 at umhugsa at áleggja at rætta brotið á annan hátt. Tá ið talan er um uppsøgn, man sjálvdan vera onnur loysn møgulig enn at áseta samsýning. Orðið samsýning týðir uppá, at talan er um gjald, ið skal viga upp ímóti mismuninum, men kortini ikki neyvt svara til staðfest tap. Samsýning verður at áseta eftir meting, verður at áseta eftir starvsaldri og umstøðum annars. Í viðmerkingunum til 3 verður sagt, at Løntakarar, ið eiga uppsagnarløn, eiga hesa umframt. Tilvísingarnar um starvsaldur og uppsagnarløn vísa, at atlit skulu takast til regluna um løn í uppsagnartíð vegna uppsøgn eftir vild. Síðani er nevndin noydd at meta um allar viðkomandi umstøður, ið kunnu nýtast og vigast sum atlit í avgerðini, bæði hvat viðvíkur løn og vikum. Samsýningin skal vera ásett til løn falda við tal av vikum. Seinna talið skal helst metast eftir tapi hjá løntakara og grovleika í atferðini hjá arbeiðsgevara; fyrra talið má metast eftir forvunnari og møguligari løn hjá løntakara, atlit mugu takast til, hvussu viðkomandi var starvssettur. Upplýsingar í málinum Óluva Hansen var sett sum kondittaralærlingur hjá P/F Grón 16. oktober 2006. Hon gerst við barn umleið tveir mánaðir eftir setanina (júst nær er uttanfyri okkara førleika at meta). Viðgongan er fráboðað Grón í februar 2007.

Samskifti millum Óluvu og Grón er ógreitt eftir hetta. Óluva og pápi hennara hava aðra fatan av samrøðunum enn Grón. Men greitt er, at samskifti hevur verið um støðuna orsaka av viðgonguni, eisini ein fundur 13. mars 2007. Óluva var ikki umboðað av kønum fólki mótvegis Grón, men pápi hennara sigst hava víst á ásetingarnar um verju vegna mismun vegna viðgongu. Tann 19. mars 2007 letur P/F Grón Óluvu Hansen uppsøgn. Í uppsøgnini verða grundgevingarnar sagdar at vera: 1) Vantandi uppmøting á arbeiðsplássinum, ikki álítanndi grundgevingar 2) Tvørrandi samskifti við leiðslu/meistara 3) Ov langar roykipausur 4) Viðmerkjast skal, at allur hesin ruðulleikin byrjaði eftir, at 3 mánaða royndartíðin var farin. Eftir hetta verður málið fráboðað javnstøðunevndini. Eftir at málið varð tikið upp, hevur fundur aftur verið millum partanna, har Grón beið Óluvu semju afturfyri minni viðurlag í peningi. Staðfestast kann eftir hetta, at talan er um uppsøgn, eftir at kærarin hevði sagt frá viðgongu, og at talan tí er um mál, har arbeiðsgevarin skal prógva, at uppsøgn var óheft av viðgongu. Grón hevur í skrivi sínum 26. apríl víst á fylgjandi umstøður, ið skulu lyfta próvbyrðuna: At tveir aðrir lærlingar hjá Grón hava verið við barn (annar tvær reisur) og eru ikki sagdir úr starvi tessvegna. At Óluva Hansen ikki hevur hildið arbeiðstíðir sínar, serliga ikki 40 tíma viku vísandi til yvirlit yvir arbeiðstímar. At leiðandi fólk á Grón kunnu greiða nærri frá tænastubrotum Óluvu. At Óluva eisini hevur framt tænastubrot á øðrum arbeiðsplássi. Harumframt hevur Grón ført fram sína fatan av samskiftinum í málinum. Hesar grundgevingar skulu haldast saman við grundgevingum í uppsøgnini: Vantandi uppmøting á arbeiðsplássinum, ikki álítanndi grundgevingar Tvørrandi samskifti við leiðslu/meistara Ov langar roykipausur Viðmerkjast skal, at allur hesin ruðulleikin byrjaði eftir, at 3 mánaða royndartíðin var farin Á fundinum 6. november førdi Grón fram sjónarmið sítt, at talan ikki var um uppsøgn vegna viðgongu.

Greitt varð frá, at Grón er skipað í fleiri deildir, at Óluva Hansen var starvsett í kondittaradeildini, og at skipanin við læruplássum ger, at avmarkað er, hvussu nógvir lærlingar kunnu vera í senn í mun til talið av meistarum og sveinum. Grón greiddi frá, at tey taka væl ímóti, at starvsfólk nýta rættin at fara í barsilssfarloyvi. Nevnt var, at fleiri lærlingar høvdu fingið barsilsfarloyvi, teirra millum eisini ein mannligur lærlingur, sum slapp at útseta lærutíðina, so hann fekk verið við til føðingina. Grón greiddi einsi nærri frá arbeiðsgongdum á stovninum. Stjórar eru tveir og síðani er deildarleiðari á hvørji deild. Sambært Grón kom Óluvu í lærupláss fyri annan lærling, sum gavst. Eftir tveir mánaðir gjørdust trupulleikar og varð ávarað munnliga. Hesir trupulleikar komu tó í rættlag. Millum hesar trupulleikar var, at Óluvu við hvørt var ov leingi í roykipausu. Seinni tóku aðrir trupulleikar seg upp, og deildarleiðarin fekk ta fatan, at Óluva ikki hevði hug og vilja at røkja arbeiðið. Stempulskipanin vísir, at Óluva møtti verri upp. Grón ásanni tó, at tær framløgdu útskriftirnar ikki vístu, nær stemplað varð inn og út, og heldur ikki, nær hini stemplaðu inn og út, uttan bert samlaðu arbeiðstíðina hjá Óluvu viðkomandi dagar. Tá ið trupulleikar vóru, hvødu stjórarnir samrøðu við Óluvu saman við deildarleiðaranum. Á Grón varð hildið, at betur var at hava samrøður enn at brúka formligar ávaringar. Tá ið samrøður ikki nyttaðu, og ætlanin var at siga Óluvu upp, vísti Óluva til, at royndartíðin var endað. Grón ásannar, at tey tóku ein kjans at lata Óluvu vera í starvinum eftir royndartíðin var farin. Sera trupult er við lærlingaskipanini. Grón metir seg vera einasta arbeiðspláss í Føroyum, sum kann taka kondittaralærlingar. Tá ið Óluva ikki var til arbeiðis og ikki vildi ganga undir at fara úr plássinum, mátti undantaksloyvi til og gjaldast mátti full spesialarbeiðaraløn til annan lærling ta tíðina viðkomandi ikki fekk lærlingatíð (til undantaksloyvi varð givið). Grón hevði eisini útreiðslur av sakførarara; tilsamans kostaði tað Grón kr. 40.000 at Óluva ikki vildi góðtaka uppsøgn. Nú hevur Óluva ikki verið til arbeiðis í átta mánaðir og bindur hetta enn lærlingapláss. Á fundinum 6. november førdi advokaturin vegna Óluvu Hansen fram, at próvbyrðan hjá Grón ikki var lyft, og vísti til skrivligu viðmerkingar sínar. Meting av próvførslu At onnur eru sloppin í barnsburðarfarloyvi eftir lógini er at fegnast um, men sigur ikki so nógv hetta málið. Málini eru annars ikki nærri lýst við samanberingum við hetta málið. Nevndin kann

hvørki siga, at Grón harvið altíð loyvir orlov í samband við viðgongu, ella at nú var ovboðið. Hesir upplýsingar tykjast tí lítið viðkomandi fyri avgerðina. At Óluva ikki hevur hildið arbeiðstíðirnar er eyðvitað viðkomandi fyri málið. Yvirlit frá Grón vísir dagfesting frá 16. oktober 2006 til 17. mars 2007 og síðani arbeiðstíð ávíkavist hevur arbeitt og skuldi arbeitt í tímum við tveimum desimalum. Yvirlitið sýnir ikki, nær møtt ella farið er, ella steðgir. Tølini í uppgerðini standa ómótsøgd, men ósemja er um orsøkir til frávik. o Í royndartíðini er uppmøtingin sambært Grón 461,55 tímar av 476,45 ætlaðum svarandi til knappliga 97%. Men týðiligt er, at mangan verður arbeitt longri ella styttri, upp í knappar tveir tímar longri og niður ímóti tveimum tímum styttri enn vanliga ætlaðu 8 tímarnar; og viðhvørt fara heilir dagar burturímillum vegna Frí. Heldur ikki her eru samanbering millum onnur starvsfólk og hetta málið, og nærri frágreiðing ikki givin. Tímarnir tala fyri seg, verður sagt. o Eftir royndartíðina er uppmøtingin sambært Grón 166,01 tímar av 213,93 skyldugum, ella tapliga 78%. Fleiri dagar eru her farnir burturav vegna sjúku og ein vegna frí. Útsløgini eru nú nógv størri, serliga niðureftir, men hvørki samanbering ella frágreiðing er gjørd. o Ímóti hesum upplýsingum stendur sambært Óluvu Hansen og umboðið hennara, at hon sigur seg summar dagar hava fingið frí fyrr enn ætlað vegna arbeiðstrot á sama hátt sum hini starvsfólkini. Eisini verður ført fram, at ongin ávaring er givin, og heldur onki samskifti hevur verið um uppmøtingina. Hesir upplýsingar tykjast viðkomandi fyri aðra grundgeving fyri uppsøgn enn viðgongu, men sannføra ikki um, at hesar umstøður bóru ímóti ávaring, enn minni uppsøgn óheft av viðgonguni. At Óluva hevur framt tænastubrot aðrastaðni er sera ørkymlandi upplýsing, ið verður staðiliga mótsøgd. Grón sigur eisini hetta vera eftirfylgjandi komið fram. At leggja fólk undir onnur brot uttan stuðlandi prógv er niðurgerandi. Hesir upplýsingar eru tí fullkomiliga óviðkomandi. At uppmøtingin hevur verið vánalig og grundgevingar ónøktandi, er ikki nærri lýst á annan hátt enn við tilsipaða yvirliti, tó varð tikið í hetta á nevnda fundi. Nevndini er tí ógreitt, hvørjar grundgevingar talan var um, hví tær ikki vóru sannførandi, ella hvørji stig Grón tók. Hesir upplýsingar eru tí viðkomandi, men lítið sannførandi. Vánaligt samskifti hevur verið við leiðslu og meistara. Hetta tykist viðkomandi og er nakað nærri lýst á nevnda fundi, men uttan stuðlandi próvførslu og upplýsingar um samskifti eru mótsagdir. Hesir upplýsingar eru tí viðkomandi, men lítið sannførandi. At roykipausur hava verið ov drúgvar ber brá av tænastubroti, men somikið lítisverdum brotið, at tað bert er viðkomandi, um ávaringar eru givnar og aðrar grundir samvirkað. Eisini henda grundgevingin er sett fram uttan stuðlandi próvførslu. Hesir upplýsingar eru tí viðkomandi, men lítið sannførandi.

At ruðulleikin byrjaði eftir royndartíðina er helst mest viðkomandi fyri viðgerðina í sáttmálanevndini. Henda grundgevingin stuðlað av próvførslu av faktisku umstøðunum, men ikki av próvførslu um aga ella ætlanir um aga. Hesir upplýsingar eru tí viðkomandi, men lítið sannførandi. At ført verður fram, at Óluvu tekur pláss frá øðrum tí lærlingalóg avmarkar talið av lærlingum og at Óluvu hevur kostað virkinum pengar í viðgerðini av málinum, stuðlar um nøkrum tí sjónarmiðið, at Grón medvitað ella ómedvitað hevur sagt Óluvu upp vegna viðgonguna, tí skipanin er so trupul fyri arbeiðspláss í hesi støðuni, tá ið lærlingur gerst við barn, og tí var einasti mátin at frígera lærupláss at siga viðkomandi úr starvi. Hesir upplýsingar eru viðkomandi men viga ímóti próbyrðuni. Um próvførslu Leggjast má dentur á, at javnstøðunevndin hevur lagt seg eftir at hoyra arbeiðsgevaran og geva honum høvi at lyfta próvbyrðu sína. Í fyrra skrivi sínum til Grón segði nevndin: Javnstøðunevndin metir, at greiðar ábendingar eru í málinum um, at Grón hevur sagt Óluvu Hansen úr starvi vegna viðgongu. Tær nevndu skrivligu grundgevingarnar hjá Grón tykjast nevndini at sipa til viðurskifti, ið Grón hevði ræði á og kundi havt ávarað um, var talan veruliga um tænastubrot. Í seinna skrivi sínum segði nevndin: Javnstøðunevndin heitir á báðar partar um í góðari tíð áðrenn næsta fund nevndarinnar 3. oktober 2007 at gera síðstu viðmerkingar sínar, og serliga leggja dent á: 1) Nærri lýsing av setanarviðurskiftinum undan og áðrenn uppsøgn, serliga um nakað samskifti var partanna millum um møguliga ónøgd arbeiðsgevarans. 2) Málskrøv og útgreinan av lønarviðurskiftum. Heldur nevndin, at virkið hevur brotið javnstøðulógina, skal nevndin áseta samsýning eftir 6, stk. 4, tí tørvar okkum upplýsingar og sjónarmið um lønarviðurskifti, starvsaldur og viðkomandi umstøður annars. Serliga í hesum høpi er spurningurin um samsýning skal grundast á sveinaløn, sum ført fram í hoyringsskrivi, ella rættari er lærlingaløn ella kanska arbeiðsmannaløn. Í tílíkum týðandi málum kann tað vera stórur fyrimunur at partanir nýta møguleikan at lata seg umboða til tess at sjónarmið teirra skulu vera nøktandi umboðað. Samanumtikið metir nevndin at Grón ikki hevur lyft próvbyrðuna. Meting av próvførslu samsýning (Tøl eru av www.industry.fo)

Lønin hjá Óluvu Hansen var kr. 1.455,23 um vikuna, tá ið uppsøgnin fór fram. Lønin hjá sveini á sama virki hevði verið kr. 4547,60; løn hjá serarbeiðarar 4. árið kr. 4248,4, 1. árið kr. 4069,20. Nevndin metir, at kr. 4.100,00 er rímulig vikuløn at ganga út frá, um samsýning verður givin lærlingi, tí tann lægra lærlingalønin hvílir á ta fortreyt, at lærlingurin fær útbúgving sum viðurlag afturat lønini, tann hægra sveinalønin byggir á vunnan førleika, meðan serarbeiðaralønin verður goldin uttan fortreyt. Eftir er at meta, hvussu grovt brotið er. Talan er um lágan starvsaldur, minni enn ár, men drúgva uppsagnartíð, uttan nøktandi grundgeving kann lærusáttmáli vanliga ikki uppsigast eftir royndartíð. Hesi kravdu atlit toga hvør sín veg. Týðandi er, at Óluvan Hansen ikki bert missir í tíðarskeiðnum, men missir útbúgving sína, fær sera lágt útgjald rættindi úr barsilsskipanini vegna lágu lærlingalønina, og kann hava fingið verri vinnumøguleikar av at settar eru fram skuldsetingar ímóti henni. Arbeiðsgevarin hevur heilt vist góðan almenn hugburð til barsilsfarloyvi, men hevur av sera óhepnari aðrari lóggávu (lærlingalóg) ómedvitað kent seg trýstan at siga lærling, ið hann ikki var heilt nøgdur við, úr starvi, tá ið hesin varð við barn. Hetta telur fyri at lækka samsýningina nakað. Tap og grovleiki merkja, at nevndin metir brotið grundað 35 vikna samsýning. Nevndin metir tí, at samsýningin skal vera 4.100,00 kr./viku falda við 35 vikum = 143.500 kr.

Niðurstøða Nevndin metir, at brot er framt á 6 í javnstøðulógini, at Óluva Hansen vegna uppsøgnina frá P/F Grón hevur verið fyri týðandi mismuni vegna viðgongu og eigur at fáa 35 vikur í løn sum samsýning, mettar til kr. 4.100, ella kr. 143.500 tilsamans. Avleiðingar Tekur P/F Grón ikki avgerð nevndarinnar til eftirtektar, ella verður semja ikki gjørd partanna millum, fer nevndin at umhugsa møguleikar sínar eftir lógini, ið eru í fyrsta lagi eftir 11, stk. 5 at senda virkinum áheitan um at rinda ta nevndu samsýning fyri misbrotið, síðani eftir 12 1) heita á ákæruvaldið um at reisa ákæru, 2) mæla til fría rættargongd, ella 3) leggja málið fyri rættin í borgarligari rættarsókn. Avgerðin viðvíkur ikki undantøkum frá innliti og verður í fullum líki løg í úrskurðarsavnið á heimasíðuni. Minnilutaviðmerking hjá Jan Mortensen Lýsingin av málinum er nøktani, men eri eg ósamdur við meirilutanum í spurninginum um løgdømi (hvør myndugleiki eigur at taka avgerð) og metingin av grovleikanum av brotinum. Myndugleiki Ivi er um, hvørt Javnstøðunevndin eigur at víkja fyri ella bíða eftir einari avgerð frá Sáttmálanevndini, og sostatt møguliga ikki taka støðu til málið júst nú. Sum kunnugt framgongur av 40, stk. 1, í lógini um yrkisútbúgvingar: Stk. 1. Ósemja millum lærling og lærupláss kann einans verða løgd fyri viðkomandi yrkisnevnd, sum skal royna semju. Stk. 2. Um so er, at semja ikki fæst í lag eftir 1. stk., kann málið verða lagt fyri eina sáttmálanevnd, Stk. 3. Ósemja kann ikki leggjast fyri dómstól ella aðrar myndugleikar enn teir, sum nevndir eru í stk. 1 og 2, samanber tó 42, stk. 4. Sum eg havi skilt vóru Yrkisnevndin og Sáttmálanevndin settar við tí endamáli, at tær einsamallar skuldu taka sær av ósemjum millum lærlingar og lærupláss. Hetta helst tí, at ein lærlingaavtala sum kunnugt ikki heilt er at sammeta við eina vanliga arbeiðsavtalu. Um orðaljóðið í tí føroysku lógini um yrkisútbúgvingar verður samanborið við ta donsku lógina um Erhvervsmæssige uddannelser sæst, at tann føroyska lógin er ein beinleiðis umseting av tí donsku, tá ræður um 40, ið er endurgivin omanfyri.

Í 63 lóg um Erhvervsmæssige uddannelser" stendur soleiðis: Stk. 1. En tvistighed mellem en elev og praktikvirksomheden kan alene indbringes for det faglige udvalg, der skal søge at tilvejebringe forlig. Stk. 2. Hvis der ikke kan opnås forlig efter stk. 1, kan tvistigheden indbringes for Tvistighedsnævnet, jf. 64. Stk. 3. Tvistigheder kan ikke indbringes for domstolene eller i øvrigt for andre myndigheder end dem, der er nævnt i stk. 1 og 2, jf. dog 65. Um hugt verður eftir viðmerkingunum til ta donsku lógina í Karnov stendur, at 63, stk. 3, antages at gælde for alle tvistigheder vedrørende elevens ansættelse i praktikvirksomheden, herunder f.eks. sager vedr. overtrædelse af ligebehandlingsloven. Í viðmerkingunum verður somuleiðis víst til dóm frá Eystara Landsrætt frá 1996 (UfR1996.1251Ø) har ein býrættardómur um eina ósemja millum ein lærling og ein arbeiðsgevara varð upphevaður við tí grundgeving, at ósemjan var fevnd av tí donsku yrkisútbúgvingarlógini, og tískil sambært 63 í lógini einans kundi viðgerast av det faglige udvalg og í øðrum lagi av Tvistighedsnævnet. Eg kann fylgja tínum sjónarmiði um, at nevndirnar báðar taka støðu út frá ymsum lógfakta, men Sáttmálanevndin hevur, sum tann serstaki myndugleikin, sjálvsagt skyldu til at fylgja javnstøðulógini. Niðurstøðuna hjá tær skilji eg soleiðis, at tú meinar, at tað stendur báðum nevndunum frítt at viðgera tað sama málið í senn. Fái meg illa at trúgva, at tað frá lóggevarans síðu kann hava verið meiningin, at tvær nevndir skulu sita og arbeiða við sama máli um somu tíð. Í øllum førum leggja vit sera stóran dent á, at sáttmálanevndin far møguleika at viðgera málið uttan aðra innblanding. Vísandi til omanfyri standandi meti eg, at Javnstøðunevndin fyribils eigur at víkja fyri Sáttmálanevndini í hesum málinum. Um Javnstøðunevndin er ósamd við avgerðina hjá Sáttmálanevndini, kann Javnstøðunevndin møguliga taka málið upp eftirfylgjandi. Próvbyrða Arbeiðsgevarar í Føroyum hava ikki siðvenju fyri at skrivligum ávaringum, og fara vit at seta slík krøv, so er vandi fyri, at arbeiðsgevarar skulu fylgja somu trongu og truplu fyrisitingarligu mannagongdum sum almenna fyrisitingin. Hetta kann ikki vera ætlanin við javnstøðulógini og má tað tí ikki koma arbeiðsgevara til skaða, at hann ikki hevur skjalprógv fyri teimum ávaringum, sum hann sannførandi hevur greitt frá á fundi við nevndina. Rættiliga vist er, at talan er um lærling, ið ikki var egnaður ella hugaður fyri hesi læru, og tí av røttum varð uppsagdur.

Váttan Soleiðis samtykt á nevndarfundi. Kári á Rógvi, formaður, (sign) Bjørg Jacobsen, nevndarskrivari (sign)