Tinganes - Fo-100 Tórshavn Faroes Tel: (+298) Fax: (+298)

Relaterede dokumenter
Løgtingsmál nr. 59/2014: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar

V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð

Fíggjarmálaráðið. Løgtingið Dagfesting: 7. februar 2018 Mál nr.: 17/ Málsviðgjørt: JEK

Løgtingið. Tórshavn, tann 24. februar 2009 Vmr J.Nr.:

F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F F I N A N C E. Løgtingið

Løgtingið Argir, 29. februar Løgtingsmál nr. 70/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tollsatsir.

Heilsu- og innlendismálaráðið

Uppskot til. Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar

LØG M A N S S K R I V S T O V A N. P r i m e M i n i s t e r s O f f i c e

Heilsu- og innlendismálaráðið

F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F F I N A N C E. Løgtingið

Løgtingið 26. oktober 2017 Mál nr: 16/00009 Málsviðgjørt: JPP

Løgtingsmál nr. 84/2010: Uppskot tilríkislógartilmæli um gildiskomu í Føroyum av lóg um Fólkatingsumboðsmann. U p p s k o t. til

Heilsu- og innlendismálaráðið. Løgtingið Dagfesting: 02. nov Mál: 16/

V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð. Løgtingið Tórshavn, tann 1. desember 2014 Vmr. J.Nr.: 14/

Løgtingið Tórshavn, tann 9.juni 2015 J.nr.: 12/ Løgtingsmál nr. / 2015: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar søloven

LØG M A N S S K R I V S T O V A N. P r i m e M i n i s t e r s O f f i c e

Uppskot. til. løgtingslóg um rættindi løntakaranna í sambandi við, at landsstýrið yvirtekur mál og málsøki frá ríkismyndugleikunum

Løgmansskrivstovan. Løgtingið Dagfesting: 11. november 2016 Mál nr.: /16 Málsviðgjørt: GJ

Løgtingsmál nr. xx/2008: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tænastumenn landsins. Uppskot. til

Uppskot til. ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar partar av broytingum í hjúnabandslógini og rættarvirknaðarlógini

Uppskot. til. Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar soljóðandi lóg:

Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om voldgift. Kapitel 1 Almindelige bestemmelser

INNANHÝSIS. Uppskot til. Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af ændringslove til lov om luftfart

Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om voldgift

Sagsøgeren har påstået sagsøgte dømt til at betale kr. med procesrente fra den 26. juni 2003, subsidiært procesrente fra den 22. april 2008.

Løgmansskrivstovan. Løgtingið Dagfesting: 21. desember 2016 Mál: 16/

Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland

Løgtingið Tórshavn, tann 7. mars 2016 J.nr.: 15/00233

LØG M A N S S K R I V S T O V A N. P r i m e M i n i s t e r s O f f i c e

Løgtingsmál nr. 28/2005: Uppskot til samtyktar um norðurlendskan sáttmála um fólkayvirlit. Uppskot. til. samtyktar

Uppskot. til. Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta soljóðandi uppskot til kongliga fyriskipan í gildi fyri Føroyar:

Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding av elinnleggjarum

forbindelse med både ansættelse, ændring i ansættelsesforhold og ved afslutning af ansættelsen.

Løgtingsmál nr. xx/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt (dagstovnaráð og avtøka av kærurætti) Uppskot

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð

HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ

Løgmansskrivstovan. Løgtingið Dagfesting: 16. februar 2017 Mál nr.: /16 Málsviðgjørt: GJ/NF

LØGMANSSKRIVSTOVAN LØGDEILDIN

Løgtingsmál nr. 126/2007: Uppskot til løgtingslóg um havnir. Uppskot. til. løgtingslóg um havnir

Givið út 30. mai 2017

Mentamálaráðið. Løgtingið Dagfesting: Mál nr.: 16/ Málsviðgjørt: BB/TVR

Løgmansskrivstovan. Løgtingið Dagfesting: 28. november 2018 Mál nr.: /16 NF

Forslag. Lov om voldgift

Løgtingsmál nr. 68/2016: Uppskot til løgtingslóg um føroyskan kortmyndugleika. Uppskot til. Løgtingslóg um føroyskan kortmyndugleika

BORNE- OG SOCIALMINISTERIET HEILSU- OG INNLENDISMÅLARÅDID. Felags yvirlysing i sambandi vid yvirtøku av målsøkinum "persons-, husf61ka- og arvarætti"

Álit um stýrisskipanarviðurskifti Føroya

INNLENDISMÁLARÁÐIÐ. Uppskot til løgtingslóg um ítróttavedding

Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging

Gamlar myndir úr Norðuroyggjum

INNLENDISMÁLARÁÐIÐ. Uppskot til løgtingslóg um ítróttarvedding

Løgtingsmál nr. 101/2015: Uppskot til løgtingslóg um føroyskan kortmyndugleika. Uppskot til. Løgtingslóg um føroyskan kortmyndugleika

Heilsu- og innlendismálaráðið

- Webundersøgelse, Fólkaskúlaráðið, oktober Fólkaskúlaráðið. Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på

Mentamálaráðið. Løgtingið Dagfesting: Mál nr.: 16/ Málsviðgjørt: BB/TVR

Dátueftirlitið Tinganes - Postboks Tórshavn Telefonnr:

Álit. viðvíkjandi klagu um manglandi svar upp á innlitsumbøn

Álit. løgtingsmáli nr. 79/2008: Uppskot løgtinglóg um avtøku av løgtingslóg um altjóðarættarligu sáttmálar Føroya landsstýris at gera

Løgtingsmál nr. 177/2010: Uppskot til ríkslógartilmæli um avtøku av ríkislóg om Færøernes landsstyres indgåelse af folkeretlige aftaler

Den fulde tekst Fremsat den 16. marts 2005 af justitsministeren (Lene Espersen) Forslag. til. Lov om voldgift. Kapitel 1. Almindelige bestemmelser

HEILSUMÁLARÁÐIÐ. Til: hoyringspartar

Liðugfráboðan til eftirlits av Brunaávaringarskipan

Orðið eigur í føroyskari felagsverklóg 1

Samandráttur av øllum uppskotunum

Under arbejdet med kunngerðini er jeg blevet opmærksom på 3 områder i loven, jeg mener vi lige må tænke over en ekstra gang.

LØGMANSSKRIVSTOVAN LÓGARTÆNASTAN. Rundskriv

Løgtingið Tórshavn, tann 3. mars 2015 VMR j.nr.: 15/00009 Viðgjørt: SPS

Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar

Løgtingsmál nr. 115/2011: Uppskot til løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin) Uppskot. til. løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin)

Løgmansskrivstovan. Løgtingsmál nr. xx/201x: Uppskot til broyting í lovbekendtgørelse om straffeloven

ALMANNA- OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ

INNLENDISMÁLARÁÐIÐ. Uppskot. til. ríkislógartilmæli um anordning om ikrafttrædelse for Færøerne af forskellige ændringslove til straffeloven

Konference om affald på havet

Landsstýrismálanevndin hevur viðgjørt málið á fundum 30. oktober 2012, 22. januar, 21. mars og 11. apríl 2013.

Løgtingsmál nr. 154/2008: Uppskot til ríkislógartilmæli um gildiskomu í Føroyum av eini røð av lógarbroytingum viðvíkjandi donskum tænastumonnum

Uppskot. til. Viðmerkt verður, at í sambandi við hesa fyriskipan hevur verið roynt at gera tær tillagingar, sum serligu føroysku viðurskiftini krevja.

Kanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum

Málsgongd Við skrivi, dagfest 12. desember 2008, sendi Mentamálaráðið soljóðandi uppsøgn til klagaran:

Innkomin ummæli til uppskotið til løgtingslóg um semingsstovn og viðmerkingar til innkomnu ummælini

Høringssvar fra Adoption & Samfund vedrørende udkast til bekendtgørelse for Færøerne om godkendelsen som adoptant.

Álit um stýrisskipanarviðurskifti Føroya

Løgtingið. Tórshavn, tann 7. mars 2016

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Uppskot. til. løgtingslóg um semingsstovn

Løgtingsmál nr. 19/1998. Uppskot til ríkislógartilmæli um lov om videnskabsetisk komitésystem og behandling af biomedicinske forskningsprojekter

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ. Løgtingsmál nr. 155/2009: Uppskot til løgtingslóg um útleigan av bústøðum (leigulógin) Uppskot. til

11. december (Indsendelsesbekendtgørelsen) Kapitel 1 Anvendelsesområde

ES-fyriskipanin um persónsdátuvernd

Klagan til TV2. Hvat kann gerast. Upplivdi illveðrið í 1932, ið beindi fyri formanni í FF. Livravirkið á Eiði. Frásøgn hjá Andrew Godtfred:

Grannskoðaraeftirlitið. Grannskoðaraeftirlitið. Ársfrágreiðing. Almannakunngjørd 23. juni 2017

Løgtingsmál nr. 78/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg. U p p s k o t. til. ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ. Uppskot. til

23 Uppskot til løgtingslóg um umskipan av Føroya Lívstrygging Skjal 2

Løgmansskrivstovan. Løgtingsmál nr. 44/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lovbekendtgørelse om straffeloven (Kynslig brotsverk)

VINNUMÁLASTÝRIÐ VINNUMÁLADEILDIN

Álit. Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 1., 10. og 15. desember 2015, 19., 21. og 26. januar, 9., 16., 23. og 25. februar, 1. og 7. mars 2016.

Løglisti * Partur II F RÁGREIÐING LØGMANS Á ÓLAVSØKU 2009

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál. Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess

LØGMANSSKRIVSTOVAN. Løgtingið Dagfesting: 9. februar 2017 Mál nr.: /16 Málsviðgjørt: NF

Transkript:

Løgtingið 100 Tórshavn 26. februar 2015 Mál: 0698-030/14-5 Viðgjørt: NF Lógartænastan Løgtingsmál nr. 91/2014: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om voldgift Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om voldgift Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om voldgift, hjálagt sum skjal 1. Kap. 1. Almennar viðmerkingar 1. Orsøk til lógaruppskotið Í 2005 fekk landsstýrið ein fyrispurningur frá Ríkisumboðnum, har spurt var, um føroyskir myndugleikar høvdu nakað at viðmerkja til, at Danmark ætlaði at siga upp fylgjandi sáttmálar: 1) Protokol nr. 167 af 15. maj 1925 vedrørende Voldgiftsklausuler i Handelskontrakter. Genève, 24. september 1923 2) Bekendtgørelse nr. 150 af 28. juni 1929 om Danmarks Ratifikation af den i Genève den 26. September 1927 aabnede Overenskomst angaaende Eksekution af Voldgiftskendelser afsagt i Udlandet 3) Bekendtgørelse nr. 59 af 19. juni 1973 af europæiske konvention af 21. april 1961 om international handelsvoldgift, og 4) Bekendtgørelse nr. 60 af 19. juni 1973 af overenskomst af 17. december 1962 om anvendelsen af den europæiske konvention om international voldgift Tinganes - Fo-100 Tórshavn Faroes Tel: (+298)306000 Fax: (+298)306015 e-mail: info@tinganes.fo - www.tinganes.fo

Orsøkin til, at danir ætla at siga upp hesar sáttmálar, er, at hesir ikki longur í verki verða brúktir. Ætlanin hjá donsku stjórnini var at siga upp sáttmálarnar, tá lógaruppskotið um nýggja gerðarættarlóg var samtykt í Fólkatinginum í 2005. Í viðmerkingunum til lógaruppskotið varð sagt, at samtyktin av lógaruppskotinum samstundis var at rokna sum ein góðkenning frá Fólkatinginum um, at sáttmálarnir kunnu verða uppsagdir fyri Damarkar viðkomandi. Av tí, at sáttmálarnir fevna um Danmark, Føroyar og Grønland, fer ein uppsøgn eisini at vera galdandi fyri Føroyar. Hetta var orsøkin til, at Løgmálaráðið í Danmark sendi landsstýrinum fyrispurning um sáttmálarnar í 2005. Landsstýrið boðaði í januar 2006 Løgmálaráðnum frá, at landsstýrið metti, at tað var neyðugt at dagføra gerðarættarlógina, áðrenn nevndu sáttmálar kundu verða uppsagdir. Danskir myndugleikar sendu landsstýrinum eitt uppskot í 2006, eitt tillagað uppskot kom í 2010 og nú eitt endaligt uppskot í 2015. Sostatt hevur danska stjórnin bíða eftir svari frá landsstýrinum síðani 2005. Sáttmálarnir eru enn ikki uppsagdir, og nú hevur Løgmálaráðið aftur spurt eftir hesum málinum, sum tíverri ótilætlað ikki varð lagt fyri Løgtingið í 2010. 2. Endamálið við lógaruppskotinum Við hesum uppskotinum verður mælt til at seta eina nýggja og dagførda gerðarættarlóg í gildi fyri Føroyar í staðin fyri galdandi lóg frá 1972. Tað man vera lítið at ivast í, at tørvur er á sama rættarstandi á hesum øki í millum Føroyar og hini Norðurlondini, tí samskiftið í dag er so nógv millum lond. Í Føroyum er ongin lógarásettur gerðarættur eins og í Danmark. Av hesi orsøk er tað nógv meira vanligt í Føroyum í vinnuligum høpi at avtala, at møguligar trætur millum partarnar skulu loysast við gerðarætti. Sambært uppskotinum skal nýggja gerðarættarlógin koma í gildi 1. januar 2016. 3. Galdandi lóggáva Galdandi gerðarættarlógin í Føroyum er frá 1972, og er skipað sum ein minstakravslóg (minimumslov). Hendan lógin var sett í gildi fyri Føroyar við fyriskipan nr. 460 frá 9. september 1975. Millumtjóða menningin, sum hevur verið síðani 1972, ger, at lógin ikki longur verður hildin at vera tíðarhóskandi. Í Danmark varð ein nýggj og dagførd gerðarættarlóg, Lov nr. 553 af 24. juni 2005 om voldgift, sett í gildi 1. juli 2005. Tað er hendan lógin, sum við hesum uppskoti verður mælt til at seta í gildi fyri Føroyar. 4. Stuttur samandráttur av nýskipanini Gerðarættur er ein annar háttur at loysa trætur, har partarnir avtala at lata ein ella fleiri triðjupersónar avgera málið við bindandi virknaði fyri partarnar. Trætan kann tá ikki skjótast inn fyri dómstólarnar, og gerðarættardómurin hevur sama bindandi virknað sum ein dómur. 2

Endamálið við nýggju lógini er at nútímansgera gerðarættarlógina frá 1972. Serliga við atliti at millumtjóða menningini síðani 1972 skipar tann nýggja gerðarættarlógin øll týðandi mál, sum hava týdning í sambandi við eitt gerðarættarmál. Her verður t.d. hugsað um viðurkenning av avtalum um gerðarætt, samanseting, málsførleika og málsgongd hjá gerðarættinum, gerðarættarúrskurðin og enda á gerðarættarmálinum, málskostnað, trygdarveiting, um at seta til viks ein gerðarættarúrskurð og viðurkenning og útinnan av gerðarættarúrskurðum. Í lógini eru ásetingar um uppgávuna hjá teimum vanligu dómstólunum í samband við gerðarætt. Her verður hugsað um t.d. hjálp frá dómstólinum til at seta ein gerðarætt, próvupptøku, at royna gerðarættaravgerð um gegni hjá gerðarættardómara og um málsføri hjá gerðarættinumm Lógin skal virka sum ein møguligur karmur fyri teir partar, sum ynskja at loysa trætur við gerðarætti, og partarnir kunnu tí í stóran mun við avtalu víkja frá fleiri av reglunum í lógini, t.d. um samanseting av gerðarætti, málsførleika, málsgongd, úrskurði og endaligum úrskurði, málskostnaði og trygdarveiting. Tað kann tó ikki við avtalu víkjast frá reglunum um áheitanir til dómstólin um at hjálpa at fremja gerðarættin. Tað kann heldur ikki víkjast frá reglunum um frælsi og óheftni hjá gerðarættardómarum um javnviðgerð av pørtunum og høvi hjá pørtunum at føra fram sítt mál. Lógin fevnir um gerðarætt, sum er í Føroyum, umframt reglur um viðurkenning og útinnan av útlendskum gerðarættaravgerðum. Eisini eru reglur um, at rætturin kann vera til hjálpar í gerðarættamálum, sum verða viðgjørd uttanlands, ella har tað ikki enn er gjørt av, hvar gerðarætturin skal vera. 5. Millumtjóða viðurskifti Ein nýggj nútímans gerðarættarlóg kemur væntandi at stuðla undir, at eisini Føroyar vera eitt meira lokkandi stað at hava millumtjóða gerðarætt til frama fyri vinnulívið. Tað er tí týdningarmikið, at nýggja lógin lýkur galdandi millumtjóða støði. Við hesum í huga er lógin gjørd við útgangsstøði í FN s Kommission om Handelrets (UNCITRAL s) modellov om international handelsvoldgift frá 1985, sum er støði undir nationalari lóggávu um gerðarætt í nógvum londum, undir hesum Norra og Svøríki. Gerðarættarøkið er merkt av nógvari millumtjóða stýring. Kongsríkið Danmark hevur tikið undir við New York konventiónini frá 1958 om anerkendelse og fuldbyrdelse af udenlandske voldgiftskendelser, og hendan nýggja gerðarættarlógin er smíðað í samsvari við skyldur ríkisins sambært hesi konventión. Sum nevnt varð í innganginum, hevur Kongsríkið Danmark eisini tikið undir við 1) Genèveprotokol frá 1923 vedrørende voldgiftsklausuler i handelskontrakter, 2) Genèveoverenskomsten frá 1927 angående eksekution af voldgiftskendelser afsagt i udlandet, 3) Den europæiske konvention frá 1961 om international handelsvoldgift og 4) Europarådsoverenskomsten frá 1962 om anerkendelse af den europæiske konvention om international voldgift. 3

Mótsett New York konventiónini verða hesir sáttmálar ikki longur brúktir, og tí ætlar danska stjórnin at siga upp luttøku Kongsríki Danmarkar í hesum sáttmálum, eisini viðvíkjandi Føroyum. Uppsøgnin viðvíkjandi Føroyum bíðar eftir svari frá Løgtingi og landsstýri. Við at samtykkja hetta ríkislógartilmælið góðkennir Løgtingið samstundis, at nevndu fýra sáttmálar verða uppsagdir við virknaði fyri Føroyar. 6. Revsilógin Sambært føroysku revsilógini 304 a er tað revsivert at mutra ein gerðarættardómara. Hendan ásetingin í revsilógini varð dagførd í 2009, og er orðingin tann sama sum í donsku revsilógini. Sambært 304 a, stk. 1 kann tann revsast við sekt ella fongsli upp til 1 ár og 6 mánaðir, sum av órøttum gevur, lovar, bjóðar einum persóni, sum sambært føroyskum ella útlendskum rætti virkar sum gerðarættardómari, eina gávu ella annan fyrimun fyri at fáa viðkomandi at gera ella lata vera við at gera eitthvørt undir útinnan av hesum starvi. Og sambært stk. 2 er tað møguligt við sekt og fongsli upp til 1 ár og 6 mánaðir at revsa tann, sum sambært føroyskum ella útlendskum rætti virkar sum gerðarættardómari, og sum undir útinnan av hesum starvi av órøttum móttekur, krevur ella góðtekur lyfti um gávu ella annan fyrimun. 7. Fasti Gerðarættur Fasti Gerðarættur er stovnur, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava skipað sambært sáttmála. Sáttmálin fekk gildi 1. apríl 2006. Fasti Gerðarættur loysir trætur, ósemjur og ivamál á arbeiðsmarknaðinum sambært hesi skipan og felags avtalum og sáttmálum millum partanna á arbeiðsmarknaðinum Sambært løgtingslóg nr. 21 frá 11. apríl 2006 um mál, ið hoyra undir Fasta Gerðarættin sæst, at leikluturin hjá Løgtingi og landsstýri í hesum sambandi er avmarkaður til at tryggja, at vitnisfrágreiðing kann verða framd eftir eftir rættargangslógini, og at avgerðirnar hjá Fasta Gerðarætti kunnu vera tvangsframdar. Harumframt skal landsstýrið saman við nevndini fyri Fasta Gerðarætt skipa skrivstovuna hjá gerðarættinum og stuðla fíggjarliga í tann mun, gjøldini, sum partarnir í einstaka málinum skulu rinda, ikki røkka at fíggja skrivstovuna. Í viðmerkingunum til løgtingslóg nr. 21/2006, tingmál 106/2005, sæst, at Lov om voldgift frá 1972 er galdandi fyri virksemið hjá Fasta Gerðarætti. Víðari verður sagt, at hendan lóg hevur ásetingar, sum tryggja, at gerðarættir altíð verða mannaðir, fáa neyðuga hjálp frá dómstólunum, at gerðarættur lýkur neyðug krøv um rættartrygd, og at dómstólarnir virða førleika og úrskurðir hjá gerðarættinum. Eisini verður víst á, at Fasti Gerðarættur ikki kemur undir regluna í 1 í Lov om voldgift, sum undantekur danska arbeiðsrættin frá lógini. Hetta er tí, at serstøk lóggáva er viðvíkjandi danska arbeiðsrættinum, meðan Fasti Gerðarættur er skipaður sum gerðarættur sambært sáttmála. 4

Nýggja gerðarættarlógin frá 2005 verður tí eisini galdandi fyri virksemið hjá Fasta Gerðarætti. Mett verður ikki, at nýggja lógin broytir nakað um virksemið hjá Fasta Gerðarætti í mun til gomlu gerðarættarlógini. 8. Hvør hevur ummælt uppskotið og innkomin ummælissvar Uppskotið hevur verið til ummælis hjá Føroya rætti, Vinnuhúsinum, Advokatfelag Føroya og Vinnumálaráðnum. Svar er komið frá Føroya rætti, Vinnumálaráðnum og Vinnuhúsinum Innkomin ummælissvar: Føroya rættur hevði ongar viðmerkingar til uppskotið. Vinnumálaráðið upplýsir at ráðið er samt við viðmerkingunum í uppskotinum um avleiðingarnar fyri Fasta Gerðarætt, tvs. at nýggja lógin ikki broytir nakað um virksemið hjá Fasta Gerðarætti í mun til gomlu gerðarættarlógini. Vinnuhúsið upplýsir at tey taka undir við uppskotinum. Ummælini er hjáløgd sum fylgiskjal nr. 5-7 Kap. 2. Avleiðingarnar av uppskotinum. 1. Fíggjarligu avleiðingarnar fyri land og kommunu Uppskotið hevur ikki nakrar fíggjarligar avleiðingar fyri land og kommunur 2. Mettar umsitingarligar avleiðingarnar fyri land og kommunu. Uppskotið hevur ikki nakrar umsitingarligar avleiðingar fyri land og kommunur 3. Fíggjarligu avleiðingarnar fyri vinnuna Uppskotið hevur ikki meirkostnað við sær fyri vinnuna. Mett verður, at tað er jaligt fyri vinnulívið, at lóggávan á hesum øki verður nútímansgjørd 4. Avleiðingar fyri umhvørvið Uppskotið hevur ikki nakrar avleiðingar fyri umhvørvið. 5. Serligar fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum Uppskotið hevur ikki nakrar serligar fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum. 5

6. Sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir Uppskotið hevur ikki sosialar avleiðingar. 7. Hava millumtjóða sáttmálar við sær fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri landsmyndugleikar, kommunumyndugleikar, ávís øki í landinum, ávísar samfelagsbólkar ella vinnuna. Nei, á hesum øki eru ikki millumtjóða sáttmálar, sum hava nakrar slíkar avleiðingar við sær. Gerðarættarøkið er merkt av nógva millumtjóða stýring. Kongsríkið Danmark hevur tikið undir við New York konventiónini frá 1958 om anerkendelse og fuldbyrdelse af udenlandske voldgiftskendelser, og hendan nýggja gerðarættarlógin er smíðað í samsvari við skyldur ríkisins sambært hesi konventión. 8. Áleggur uppskotið fólki skyldur t.d. upplýsingarskyldu, skrásetingarskyldu ella t.d. krøv um loyvi, skal verða greitt frá umsitingarligu avleiðingunum av hesum. Ongar slíkar ásetingar eru í uppskotinum. 9. Verða heimildir lagdar til annan landsstýrismann, ella til kommunur umframt kommunustýrislógina, skal greiðast frá teimum fyrilitum, ið grundgeva hetta. Ongar slíkar ásetingar eru í uppskotinum. 10. Fáa almennir myndugleikar atgongd til privata ogn, skal grundgevast fyri hesum og greiðast frá vavinum av heimildini. Ongar slíkar ásetingar eru í uppskotinum. 11. Skema Fíggjarligar /búskaparligar avleiðingar Umsitingarligar avleiðingar Umhvørvisligar avleiðingar Avleiðingar í mun til altjóða reglur og avtalur Sosialar avleiðingar Fyri landið /landsmyndugleikar Fyri kommunalar myndugleikar Fyri pláss/øki í landinum Fyri ávísar samfelagsbólkar /felagsskapir Fyri vinnuna Nei Nei Nei Nei Ja Nei Nei Nei Nei Nei Nei Nei Nei Nei Nei Nei Nei Nei Nei Nei Nei 6

Kap. 3. Serligar viðmerkingar Víst verður til viðmerkingar til danska lógaruppskotið frá 2005, sum er hjálagt sum fylgiskjal 4 Úr viðmerkingunum til donsku lógina er niðanfyri á donskum endurgivin ein stuttur samandráttur av innihaldinum í kapittli 1-10 í lógini Bemærkninger til lovforslagets kapitler FN s Kommission om Handelsrets (UNCITRAL s) modellov om international handelsvoldgift fra 1985 betegnes i det følgende som»modelloven«. Til kapitel 1 ( 1-5) Kapitel 1 indeholder bestemmelser om lovens anvendelsesområde ( 1) og fravigelighed ( 2). Kapitlet indeholder endvidere en regel om fortabelse af indsigelser om, at lovens fravigelige (deklaratoriske) regler eller voldgiftsaftalen ikke har været overholdt ( 3). Kapitlet indeholder endelig grundreglen om domstolenes kompetence i tvister, som skal afgøres ved voldgift ( 4), samt processuelle regler om anmodninger til domstolene i forbindelse med en voldgiftssag ( 5). Til kapitel 2 ( 6-9) Kapitel 2 om voldgiftsaftalen indeholder regler om, hvilke tvister der efter deres art kan afgøres ved voldgift ( 6), og om, at en voldgiftsaftale skal angå et bestemt retsforhold, og at i sager om forbrugeraftaler er en forudgående voldgiftsaftale ikke er bindende for forbrugeren ( 7). Kapitlet indeholder endvidere regler om forholdet mellem voldgiftsaftaler og voldgiftssager og retssager ( 8) og om foreløbige retsmidler og tvangsfuldbyrdelse ved domstolene ( 9). Kapitlets regler kan ikke fraviges ved aftale. Kapitlets regler finder anvendelse på al voldgift, dvs. både voldgift, der finder sted i Danmark, voldgift, der finder sted i udlandet, og voldgift, hvor det endnu ikke er fastlagt, hvor voldgiften skal finde sted. Til kapitel 3 ( 10-15) Kapitel 3 om voldgiftsrettens sammensætning indeholder regler om antallet af voldgiftsdommere ( 10) og fremgangsmåden ved deres udpegning ( 11). Kapitlet indeholder endvidere regler om indsigelser mod en voldgiftsdommer ( 12) og fremgangsmåden ved behandling af indsigelser ( 13). Kapitlet indeholder endelig regler om ophør i øvrigt af en voldgiftsdommers hverv ( 14) og om udpegning af en ny voldgiftsdommer ( 15). Kapitlets regler finder anvendelse på voldgift, der finder sted i Danmark, eller hvor det endnu ikke er fastlagt, hvor voldgiften skal finde sted. Kapitlets regler kan som udgangspunkt fraviges ved aftale. Reglerne om anmodninger til domstolene ( 11, stk. 3, 13, stk. 3, 1. pkt., og 14, stk. 1, 2. pkt.) kan dog ikke fraviges 7

ved aftale, og 12 om indsigelser mod en voldgiftsdommer kan heller ikke fraviges ved aftale. Til kapitel 4 ( 16-17) Kapitel 4 om voldgiftsrettens kompetence indeholder regler om fremgangsmåden for behandlingen af indsigelser mod voldgiftsrettens kompetence ( 16) og om voldgiftsrettens kompetence til at træffe afgørelse om foreløbige retsmidler ( 17). Reglerne gælder for voldgift, der finder sted i Danmark og kan som udgangspunkt fraviges ved aftale. Reglerne i 16, stk. 3, 2. pkt., om anmodninger til domstolene og 16, stk. 4, 2. pkt., om betingelserne for, at en forbruger kan miste en indsigelse om, at voldgiftsaftalen ikke er bindende for forbrugeren, kan dog ikke fraviges ved aftale. Endvidere finder 16, stk. 4, 2. pkt., også anvendelse på voldgift, der finder sted i udlandet, eller hvor det endnu ikke er fastlagt, hvor voldgiften skal finde sted. Til kapitel 5 ( 18-27) Kapitel 5 indeholder regler om voldgiftsrettens sagsbehandling. Bortset fra 18, der fastslår de grundlæggende retsplejeprincipper om ligebehandling af parter og lejlighed til at fremføre sin sag, og 27 om bevisoptagelse ved domstolene og om domstolenes forelæggelse af præjudicielle spørgsmål for EF-domstolen til brug for en voldgiftssag kan kapitlets regler fraviges ved aftale. Kapitlets regler finder anvendelse på voldgift, der finder sted her i landet. 27, stk. 1, om bevisoptagelse ved domstolene finder dog også anvendelse på voldgift, der finder sted i udlandet, eller hvor det endnu ikke er fastlagt, hvor voldgiften skal finde sted. Kapitlet indeholder regler om ligebehandling af parterne og lejlighed til at fremføre sin sag ( 18), fremgangsmåden generelt under behandlingen af voldgiftssagen ( 19), voldgiftsstedet ( 20), voldgiftssagens indledning ( 21), voldgiftssproget ( 22), klageskrift og svarskrift ( 23), mundtlig og skriftlig behandling ( 24), undladelse af at indgive klageskrift eller svarskrift samt en parts udeblivelse fra mundtlig forhandling eller undladelse af at fremlægge bevisdokumenter ( 25), sagkyndige udpeget af voldgiftsretten ( 26), bevisoptagelse ved domstolene og domstolenes forelæggelse af præjudicielle spørgsmål for EF-domstolen til brug for en voldgiftssag ( 27). Til kapitel 6 ( 28-33) Kapitel 6 indeholder regler om voldgiftskendelsen og afslutning af voldgiftssagen. Bortset fra 31, stk. 1 og 3, der stiller nogle grundlæggende formkrav til voldgiftskendelsen, kan kapitlets regler fraviges ved aftale. Kapitlets regler finder anvendelse på voldgift, der finder sted her i landet. Kapitlet indeholder regler om lovvalg (dvs. udpegning af de regler, der skal anvendes ved voldgiftsrettens afgørelse af sagens realitet) ( 28), voldgiftsrettens afstemninger ( 29), forlig ( 30), voldgiftskendelsens form og indhold ( 31), voldgiftssagens afslutning ( 32) samt rettelser af voldgiftskendelsen og tillægskendelser ( 33). Til kapitel 7 ( 34-36) Kapitlet indeholder regler om sagsomkostninger og sikkerhedsstillelse. Modelloven regulerer ikke disse spørgsmål, og kapitlets regler har derfor ikke noget modstykke i modelloven. 8

Bortset fra 34, stk. 3, om domstolsprøvelse af størrelsen af voldgiftsrettens vederlag og godtgørelse for udlæg ved behandlingen af sagen kan kapitlets regler fraviges ved aftale. Kapitlets regler finder anvendelse på voldgift, der finder sted her i landet. Kapitlet indeholder regler om størrelsen af voldgiftsrettens vederlag og godtgørelse for udlæg ved behandlingen af sagen ( 34), om fordelingen af sagsomkostningerne mellem parterne ( 35) og om sikkerhedsstillelse for voldgiftsrettens vederlag og godtgørelse for udlæg ved behandlingen af sagen ( 36). Til kapitel 8 ( 37) Kapitlet angår tilsidesættelse af danske voldgiftskendelser. Kapitlet indeholder én bestemmelse ( 37), der udtømmende angiver, hvornår en dansk voldgiftskendelse kan tilsidesættes som ugyldig. Bestemmelsen kan ikke fraviges ved aftale. Retssag om tilsidesættelse af udenlandske voldgiftskendelser kan ikke anlægges i Danmark. Derimod kan anerkendelse og fuldbyrdelse af udenlandske voldgiftskendelser i Danmark i medfør af den foreslåede 39 nægtes af grunde, der svarer til de foreslåede ugyldighedsgrunde for danske voldgiftskendelser. Den foreslåede bestemmelse i 37 angår anlæg af retssag om tilsidesættelse af en voldgiftskendelse som ugyldig. Bestemmelsen hindrer ikke, at parterne aftaler, at en voldgiftskendelse skal kunne appelleres til en anden voldgiftsret. Til kapitel 9 ( 38-39) Kapitlet angår anerkendelse og fuldbyrdelse af voldgiftskendelser. Kapitlet indeholder en hovedregel, hvorefter voldgiftskendelser, der er afsagt her i landet eller i udlandet, anerkendes og fuldbyrdes ( 38), og en undtagelsesbestemmelse, der udtømmende angiver, hvornår anerkendelse og fuldbyrdelse af en voldgiftskendelse kan nægtes ( 39). Kapitlets regler kan ikke fraviges ved aftale. Til kapitel 10 ( 40-41) Kapitlet indeholder ikrafttrædelsesbestemmelser og overgangsregler mv. Skjal 1: Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om voldgift Løgmansskrivstovan, 27. februar 2015 Kaj Leo Holm Johannesen, Løgmaður / Marjun Hanusardóttir 9

Fylgiskjal 1: Fylgibræv frá Løgmálaráðnum til lógaruppskotið Fylgiskjal 2: Samandráttur um gerðarættarlógina frá 2005 Fylgiskjal 3: Broytingar í mun til føroysk viðurskifti Fylgiskjal 4: Viðmerkingarnar til Lovforslag til Lov nr. 553 af 24. juni 2005 om voldgift Fylgiskjal 5: Ummæli frá Føroya rætti Fylgiskjal 6: Ummæli frá Vinnumálaráðnum Fylgiskjal 7: Ummæli frá Vinnuhúsinum 10