Miðøld. Mál. Uppgávur

Relaterede dokumenter
DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál. Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess

forbindelse med både ansættelse, ændring i ansættelsesforhold og ved afslutning af ansættelsen.

Grikkar Evropeisku lærararnir

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Sagsøgeren har påstået sagsøgte dømt til at betale kr. med procesrente fra den 26. juni 2003, subsidiært procesrente fra den 22. april 2008.

Fólkaheilsukanning Hvussu hevur tú tað 2015

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál

Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar

Ein livandi Kristus til ein doyggjandi heim

- Webundersøgelse, Fólkaskúlaráðið, oktober Fólkaskúlaráðið. Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på

Søgan um "Vesturhavið Blíða"

Sigurd fekk medalju fyri sigling í krígstíð í Íslandi

1600 Kongalig einaveldistíð

Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin. Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

HEVUR JESUS NAKRAN TÝDNING

Minni um teir, sum sigldu og teir, sum doyðu undir krígnum Ferðin hjá "Johannu" eitt rimmar tiltak.

Kirkjuligt Missiónsblað

Marius smíðar bát í Íslandi. ALS 10 ár. Stór frásøgn frá hátíðarhaldinum. Bjarni Djurholm má steðgast og fiskimonnum má vera tryggjað rættindi.

Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland

Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding av elinnleggjarum

Konference om affald på havet

Hvussu kunnu vit liva sum trúgvandi í dag?

Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging

Kirkjuligt Missiónsblað

Frágreiðing frá Skipaeftirlitinum um arbeiðsvanlukku umborð á Túgvusteini hin

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Enok maðurin, sum gekk við Gudi

Gamlar myndir úr Norðuroyggjum

Vegleiðing at dagføra GPS-kort. Tillukku við tínum keypi av GPS-korti. Kortið fevnir um Føroyar.

Kirkjuligt Missiónsblað

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

Men størstur av teimum er kærleikin

Út á Fagranes, har 7 fiskimenn mistu lívið í 1927

Aftaná eitt misálit Tað hjálpir einki bert at seta nýggjan landsstýrismann. Tað, sum ræður um, er ein fullkomilig umskipan av fiskimálaráðnum.

Kirkjuligt Missiónsblað

Klagan til TV2. Hvat kann gerast. Upplivdi illveðrið í 1932, ið beindi fyri formanni í FF. Livravirkið á Eiði. Frásøgn hjá Andrew Godtfred:

Fakturablanketten virk.dk. 1 At senda elektroniskar rokningar við fakturablanketten

Kirkjuligt Missiónsblað

Børn og doyving Kunning til foreldur

Kirkjuligt Missiónsblað

Álit um stýrisskipanarviðurskifti Føroya

Ríki maður og Lázarus Luk. 16,

Mette stange Lena Jacobsen týddi OG FLOKSLEIÐSLA

Givið út 30. mai 2017

Jesus biður fyri okkum Joh. 17, 20-26

Nr. 1 Februar árið

Orðið eigur í føroyskari felagsverklóg 1

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað


Lívsins salt. Vit hava verið í Ibiza og hugt eftir saltframleiðslu. Neptun og Nólsoy

Nýggj skip. 70 ár síðan Nólsoy gekk burtur Søgan um ringin sum kom aftur. Svenskari vitjað í Føroyum í 56 ár

Annfinnur Zachariassen Marknaðarlæra Søla og tænasta

Nr. 321 Hósdagur 8. juli ,- Síða 17 Baksíðan Síða 9 Síða 3 Síða 14

samstarva At veita eina um skjóta hettar og tilboðið: goða viðgerð til kvinnur við burðartunglyndi.

Námsferð 25. mai 5. juni 2017

Føroyskur saltfiskur væl umtóktur

Kvinnan við Sikarsbrunn Partur II Joh. 4, 1-43

TÁ IÐ TIT... Kirkjuligt Missiónsblað. Nr juni árið

Kirkjuligt Missiónsblað

hægri útbúgvingartilboð í Føroyum er tað møguligt? Hannes Gislason, Prof., PhD., deildarleiðari, Náttúruvísindadeildin

FF-blaðið í Frankaríki Vit vóru bæði á fiskivinnuvitjan og til fótbólt. Drúgv og øðrvísi frásøgn

U l m æruna hjá Darwini í undirvísin i gi i

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Blákrossheimið Ársfrágreiðing 2017

Hugburður til føroysk yrkisorð

Mest støðuga fiskavirkið er í Vági

Skiparin sum virkaði sum tannlækni

Kann søgukritiska háttalagið brúkast til bíbliugransking?

ICES viðurkennir. Bjargingarroynd í Vágsbotni. Fiskaren vitjar FF. Bernhard 5. partur. Løgtingsins umboðsmaður setir kærarar í gapistokk.

Kirkjuligt Missiónsblað

Mikudagin TANN 15. apríl verður ráðstevna á Hotel Føroyum um multiresistentar bakteriur og antibiotikaresistens

Nám. Í læraravegleiðingini er eisini eyka tilfar, sum nýtast kann, um tíð er til tess og uppgávur eru á

Løgtingið. Tórshavn, tann 24. februar 2009 Vmr J.Nr.:

Kirkjuligt Missiónsblað

Nr mai árg. Lívsins orð

Svenskur elitusvimjivenjari

Skipari kláraði tað, sum læknar ikki kundu! Læknarnar vildi taka beinið av Palla, men hann noktaði.

Fiskimaðurin Andrias í Tarti. Vit ynskja honum tillukku og hava 5. part av hansara lívssøgu. M.a. eru vit í barsil hjá Georg L. Samuelsen í 1911.

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Stamps Føroyar. Nr. 31. Februar 2017

Heilsan hjá langfarafiskimonnum

Grannskoðaraeftirlitið. Grannskoðaraeftirlitið. Ársfrágreiðing. Almannakunngjørd 23. juni 2017

Nýggj stjórnarskipan má fyrst og fremst verja borgaran

Ársins studentur. Áhugaverd frásøgn frá meslingagrindini, sum var í Gøtu í Vit hava myndir frá grindini, sum ikki fyrr hava verið alment kendar.

Grindadráp í Tjukotka í Siberia

Brúdleypið hjá kongssoninum. Matt. 22, 1-14.

Føddur undir Hitler, vaksin upp undir Stalin

"Okkara maður" í Sandoynni fyllir runt. Sigmund verður 75. Vit dokumentera, at sjónvarpstíðindini vóru fupp. Úr Syðrugøtu til Aberdeen

Álit. viðvíkjandi klagu um manglandi svar upp á innlitsumbøn

Dreymurin um at sleppa við júst

Miðnámsrit. Um blaðið. 13 mai 2017

9.1 Windows Vista Windows Windows XP Privatkundar sum fáa trupulleika við sperring av Netbanka... 12

Transkript:

Miðøld 5 Skúlin skal í søguundirvísingini seta sær sum mál, at næmingurin mennir førleikan at greina mynstur, menningarleiðir og broyt ingar tilgongdir. Mál Eftir at hava gingið gjøgnum miðaldarpartin, skulu næmingarnir bæði vera vorðnir tilvitaðir um søguligt tíðarsundurbýti (periodusundurbýti), og um stóru broytingartilgongdirnar, sum fara fram í miðøld. Næmingarnir fáa høvi at meta um hugtakið søguligt tíðar sund urbýti. Hvat eyðkennir skiftið millum antikkina og miðøld? Hví verður tíðarskeiðið kallað miðøld? Hví verður miðøld býtt sundur í elsta miðøld, hámiðøld og seinmiðøld? Broytingartilgongdirnar eru sera greiðar í fyrstuni var Evropa eitt veikt og lítið ment øki norðanfyri hina ríku arabisku mentanina. Í hámiðøldini var Evropa sterkt og blómandi við fleiri nýggjum handilsbýum, meðan umstøðurnar broyttust fullkomiliga í seinmiðøld. Tá varð Evropa herjað av hungri, sótt og kríggi samstundis sum Russland læt seg aftur fyri um heiminum. Uppgávur Uppgávurnar í partinum um miðøld eru umfatandi og innihaldsliga fevna tær um bæði mentanarsøguligar og politiskar uppgávur. Tankin er at kapittulin skal kunna vera knýttur saman við øðrum læru greinum, sum t.d. føroyskum, myndlist og kristni/átrúnað og at tað tá skulu vera mong støð, ið knýta lærugreinirnar saman. Fagurbókmentir Bylock, Maj: Drekaskipið, 2000 Gylta svørðið, 2001 Borgin handan havið, 2002 Dahl, Árni: Vinmenn, 2001. Fimm kvæði, sum øll byggja á Føringasøgu Dáviðsdóttir, Vilborg: Við urðarbrunn, 2003 og Nornadómur, 2004 Foster, Harold R.: Valiant Prinsur Føringasøga Haugen, Torill T.: Eitt skip kom á Bjørgvin í 1349, 1988 Víkingar rændu tey, 1988 Tey flýggja frá víkingum, 1990 Sjúrður Ormsbani, 1991 Ravnsgenta, 1994 Tórður Illugason, 2001 Holt, Kåre: Rýmingurin av Stiklastøðum Jiménéz, Markos: Føroya Krønika Kunnas, Mauri: Víkingarnir koma! Ein teknirøð um víkingar Madsen, Peter: Valhøll Ottesen, Josefine: Enja 1-6 Schroll, Ejnar: Fangi norðbúgv anna, 1976 Shakespeare, William: Hamlet og aðrir leikir í føroyskari tíðing Thor, Annika: Eldfuglurin Fakbókmentir Clausen, Flemming o.a: Skapt til at skabe Clements, Gillian: Borgirnar Gifford; Clive: Mad og madlavning i vikingetiden Macdonald, Fiona: Vikinger Spis, skriv, leg og klæd dig på som en viking Markvad, Jørgen: Sigurd Fafnersbane en helt fra jernalder og vikingetid McGuire, Brian Patrick: Mennesker og Kultur i Danmarks og Europas middelalder Murrell, Deborah: Ridder Overskov, Carsten: Fra Gorm til Margrethe Platt, Richard: Riddere og borge Poulsen, Flemming Madsen: Den Hellige Birgitta af Vadstena Sørensen, Kjeld Mazanti: Muslimske imperier 1

Handil og handilsleiðir Strika undir tey orð í tekstinum, sum tú ikki skilir, og finn útav, hvat tey merkja! Brúka orðabøkur ella leita á netinum. Profeturin Muhammed hevði verið keypmaður, og millum arabar vóru mangir, ið royndu seg sum handilsmenn. Allar handilsleiðir millum Asia og Evropa gingu gjøgnum arabisk landøki, og harvið høvdu teir tamarhald á stórum parti av heimsbúskapinum. Teir skip aðu fyri handli á landi og til sjós. Til longu flutningferðirnar á landi brúktu teir kamelar skip oyðimarkarinnar og á styttri leiðum hestar, múldýr og múlasnar. Ferðin millum Bagdad og Kanton í Kina tók hálvtannað ár aftur og fram. Handilssambondini førdi eisini til, at nýggj tøkni og nýggjar plantur breiddust millum Asia, Afrika og Evropa. Arabar komu at virka sum brúgvabyggjarar millum eystur og vestur, millum antikkina og ta modernaðu tíðina. Ein høvundur í Bagdad frá 800-talinum greiðir frá, hvørjar vørurnar vóru, sum handlaðar vórðu: Frá fólki í syðra Russlandi vórðu trælir keyptir og vápn, úr India leopardar og leopardhúðir, tikarar og fílar og rubinur og fín træsløg sum sandaltræ og íbinholt. Úr Kina keyptu teir silki, postalín, pappír, blekk, kryddurtir og páfuglar, og úr Eysturrómverska ríkinum silvur og gull, bal dýraði klæði og brokada, ross og trælagentur. Landleiðin: Corboda Ceuta Tripoli Alexandria Kairo Damaskus Bagdad Teheran (Rai) Bukhara, Samarkand og Kashgar. Men har vóru eisini aðrir vegir til steppulandið hjá turkunum og til Kina. Sjóleiðin: Basra umvegis India til Kanton; á heimleiðini gekk leiðin mangan umvegis Mombasa í Zanzibar. 1. Tekna inn vørur og handilsleiðir á kortið. 2. Tú ert keypmaður og eigur eina kamelkaravanu. Legg til rættis eina handilsferð millum Bagdad og Kanton. Ger eina ætlan um farleiðina og ein lista við vørum, tú ætlar at fáa hendur á. 2

Handil og handilsleiðir Cordoba Ceuta Rom Róm Tripoli Konstantinopel Alexandria Damaskus Kairo Bagdad Basra Mombasa Zanzibar Bukhara Samarkand Teheran (Rai) Muscat Kashgar Beijing Kanton Kort: Stig Söderlind 3

Túsund og ein nátt Einaferð var í Bagdad ein sultanur, sum var svikin av einari av konum sínum. Í miklu vreiði síni gjørdi hann av, at taka sær eina nýggja konu hvørja nátt og síðani lata hana avrætta næsta morgun soleiðis skuldi hann tryggja sær ongantíð aftur at vera svikin! Ein kvinna, hin vakra Sheherazade, var ikki bara snild, men eisini eitt sera dugnaligt frásøgufólk. Hon fór undir at fortelja sultaninum eina søgu. Alla náttina fortaldi hon, líka til tað aftur lýsti fyri degi. Men hon læt ikki sultanin hoyra endan á søguni. Sultanurin gjørdist somikið hugtikin av søguni, at hann læt Sheherezadu liva til næstu nátt. Tá ið hon hevði avdúkað endan á søguni, fór hon beinanvegin undir at fortelja eina nýggja og minst líka spennandi søgu. Soleiðis helt hon fram at fortelja í túsund og eina nátt, til sultanurin gjørdi av ikki at taka lívið av henni. Við arabarum spjaddust søgur og sagnir úr eystri og vestur, og kendasta søgusavnið er júst Túsund og ein nátt, har m.a. søgurnar eru í um Sinbad sjófaran, Aladdin og Ali Baba. 1. Les eina av umrøddu søgunum úr Túsund og ein nátt. Hvat kemur fram í søguni um tað, tú hevur lært um lívið og søguna hjá arabum? 2. Ger eina teknirøð av søguni, sum tú hevur lisið. Brúka talibløðr ur og royn at gera røðina so spennandi sum til ber! 4

Silvurdýrgripir Set striku undir tey orð, tú ikki skilir og fá greiðu á, hvat orðini merkja. Brúka orðabøkur ella leita á netinum. Víkingarnir tóku silvur og myntir sum gjald fyri tær vørur, sum vóru seldar í stóra økinum, arabar høvdu ræði á. Myntir komu eisini vestaneftir, m.a. skuld, loysigjøld og skattur frá teimum økjum í Onglandi, har víkingar høvdu tikið valdið. Í ár 1018 vóru sambært einari enskari krýniku rindaði 72.000 pund í silvuri til víkingarnar. Í Norðurlondum eru stórar nøgdir av myntum funnar, størstu gripirnir eru funnir í Gottlandi og í Ølandi. Flestu myntirnir eru arabiskir og stava frá tíðarskeiðinum 890-960. Aftaná tað minkar tilgongdin av silvuri í arabiska kalifatinum og í staðin vóru tað nám í týska ríkinum, sum veitti alsamt meiri silvur. Umframt myntir kunnu í fundunum frá miðøld eisini finnast spenni og flættaðir arm- og hálsringar. Ofta er tað sundurklipt prýði og myntir, sum verða funnin, eftirsum gjald fór fram eftir vekt og ikki í heilum myntum. Ólavur Skattkongur var fyrsti kristni kongurin í Svøríki, og eisini tann fyrsti, sum lat sláa myntir í Svøríki. Hann beyð enskum myntmeistarum til sín, at teir skulu læra frá sær kynstrið at sláa mynt. Í 1990 vóru í sambandi við fornfrøðiligan grevstur leivdirnar av myntsmiðjuni hjá Ólavi kongi í Sigtuna funnar. Mett verður, at minst ein millión myntir eru slignir í smiðjuni. Ein av størstu silvurskattunum í Norðurlondum var funnin á Burgagarði á Gottlandi í 1967. Tá ið ein bóndi pløgdi akur sín, skar plógvið gjøgnum eitt ílat úr bronsu, har umleið 10 kg av prýðislutum og myntum úr silvuri vóru í! Mynd: ATA 1. Hví heldur tú, fólk gróvu sínar pengar niður? Gev títt boð uppá, hvat man vera hent, tá ið dýrgripurin frá Burgagarði endaði í jørðini. 2. Ímynda tær, at tú ert úti og súkklar saman við vinfólki. Tit steðga við eitt stykki og síggja okkurt, sum stingur upp úr jørð ini. Tá tit hava grivið eitt sindur, síggja tit, at tit í roynd og veru hava funnið ein gamlan skatt! Hvat høvdu tit gjørt? Skriva eina søgu um ævintýrið hjá tykkum. 3. Heima á Sandi er stórur myntskattur funnin. Kanna um støð urnar viðvíkjandi hesum fundi. Hvør man hava átt henda dýrgrip? Skriva eina søgu um myntirnar á Sandi. 5

Úti um landið Set striku undir tey orð, tú ikki skilir og fá greiðu á, hvat orðini merkja. Brúka orðabøkur ella leita á netinum. Í miðøld vóru flestu fólk bøndur. Lívið gekk sína vandu gongd hjá teimum flestu, hart arbeiði skifti við gudstænastur, halgidagar og høgtíðir. Men summi í samfelagnum arbeiddu við øðrum tólum enn plógv og haka, nevniliga svørði og skjøldri. Og so vóru tað tey, sum arbeiddu í Guds tænastu við góðum bønum fyri øll menniskju, sum vardu landið og arbeiddu við jørðini. Samfelagsskipanin var givin av Gudi. Kongur skuldi verja samfelagið og tryggja, at skipan in varð fylgd. Teir týskt-rómversku keisararnir settu í verk ein nýggjan máta at stýra, ið tryggja skuldi tilgongdina bæði av hermonnum og av mati. Keisarin býtti út landøki, len, til ymsar lensharrar so nevndar stór-vasalar. Hesir lensharrar skuldu so svørja keisaranum trygd areið, og teirra uppgáva var lutvíst at savna inn skatt fyri keisaran, lutvíst skuldu teir verja lenið. Lensharrarnir býttu síðani sína jørð út til lensmenn undir-vasalar, sum m.a. skuldu veita hermegi, vápn og stríðsross. Tað vóru lensmenninir, sum býttu út jørð til bønd urnar, og sum síðani tóku skatt frá teimum. Soleiðis gjørdust bøndurnir festarar, og tað merkti, at lensharrarnir ráddu yvir teimum og noyddu teir at gera dagsverk á jørðini hjá slottinum. Set litir á myndina og skriva eina frágreiðing um tað, tú sært á henni! Tekning: Eva Levén 6

Skriftin og bøkurnar Set striku undir tey orð, tú ikki skilir og fá greiðu á, hvat orðini merkja. Brúka orðabøkur ella leita á netinum. Fram til endan á 1100 talinum vóru munk arnir týdningarmestu bókaframleiðararnir og vitanarboðararnir. Teir sótu í kleystrunum og skrivaðu av og prýddu við hond eina blaðsíðu fyri og aðra eftir, bók fyri bók. Skrivaramunkarnir høvdu eina langa og strævna arbeiðstíð, sum einans var avbrotin av bøn og halgidøgum. Hvør tími við dagslýsi var ein arbeiðstími. Upp í millum hava skriv ararnir sett inn smá frámerki í marguni um gikt og frystar hendur, sum gjørdu arbeiðið mestsum ógjørligt. Tær bøkur, teir skrivaðu av, vóru fyrst og fremst til átrúnaðarliga nýtslu, men teir skrivaðu eisini skreytbøkur til hirðina hjá kongi og harramonnum, bøkur um veiðu, jarð arbrúk, mat, heilsu og stjørnufrøði, umframt skaldsøgur og riddarakvæði. Sum tíðin gekk fingu býarbúgvarnir, og tá fyrst og fremst keypmannafelagsskapirnir og handverkarafeløgini, tørv á sínum egnu skrivar um at halda skil á viðurskiftunum. Stovnað vórðu universitet og skúlar, ið ikki høvdu nakað beinleiðis samband við kirkju og kleystur. Nú kundu ríkir keypmenn bíleggja sær sama slag av bókum sum tey kongaligu. Skrivarar, bókbindarar, illumintatorar og pergamentmakarar høvdu týðandi pláss millum handverkarafeløgini. Ein skrivaralærlingur byrjaði lærutíðina við at gera pergamentið til; hetta varð gjørt við at gníggja tað við pimpsteini, mála upp, hvussu skrivilinjurnar skuldu ganga, knasa og mala litingingarpulvurið og at blanda tað við eggum. Sum í flestu handverkum kravdist ein long lærutíð, viðhvørt heilt upp í sjey ár. Sum oftast brúktu skrivararnir pennar av gásafjøður, og líka týðandi sum fjøður penn urin var pennaknívurin, sum brúktur var at hvessa pennin við. Blekkið var antin gjørt úr koli ella úr eikiharpiksi. 1. Finn fram til virksemið hjá einum illumi natori. Royn sjálv/ur at illuminera hesa síðuna! 2. Skriva eina stutta frágreiðing um ein dag í lívinum hjá einum skrivaralærlingi. Mynd: Erich Lessing/IBL Bildbyrå 7

Russland og mongolar Lýs søguna hjá Russlandi í miðøld gjøgnum eitt av punktunum niðanfyri. Sett tey í rætta tíðarrøð og skriva niður soleiðis nøkulunda, nær hendingarnar fóru fram! 1. Katólska kirkjan breiðir út virksemi sítt. 2. Samband millum eystur og vestur. 3. Ivan 3. savnar russarar. 4. Mongolar hertaka stórar partar av Russlandi. 5. Russland verður isolerað og fátækt. 6. Russar rinda dýran skatt til mongolar. 7. Griksk-ortodoksa kirkjan vendir vesturheiminum bakið. 8

Hansahandilin Hansakeypmenninir vóru ein samgonga av hand ilsbýum á Eystarasaltsleiðini, sum virkaði frá miðjum 1100-tali og fimm hundrað ár fram eftir. Í fyrstuni hevði svenski býurin Visby eina leiðandi støðu, men í 1200-talinum tóku norðurtýsku hansastaðirnir leiðsluna, serliga máttmikil var býurin Lübeck. Hansa sam gongan rakk úr Novgorod, Reval (núverandi Tallin) og Riga í eystri til Bergen, Brügge og London í vestri. Hansarnir høvdu eisini umfatandi handil við italsku handilsstaðirnar, bæði eftir landi og á sjógvi. Umvegis Venezia og Genova komu handilsmenn úr Norðurevropa í samband við fjarskotnar handilsleiðir úr Afrika og Asia. Sambært uppgerðum frá 1400-talinum kundi teinurin Venezia-París eftir landi taka millum 7 og 34 dagar. Teinurin Venezia-London kundi sjóvegis taka millum 9 og 50 dagar. Eftirsum tað bar til at flyta størri mongd ir á sjónum enn gjørligt var at flyta á landi, var tað bíligara loysnin. 1. Roknast kann við, at kragar av hermalíni prýddu mangt eitt koti, tá ið kaldir vindar blástu í Firenze. Ger tær, útfrá kortinum greitt, hvussu feldurin man vera fluttur frá veiðiplássinum norður til ríka býin Firenze. 2. Nunnurnar í Vadstena tykjast hava etið rív an av piparkøkum, sum hildnar vóru at hava heilsufremjandi eginleikar. Hvussu kundu neyðugu lutirnir pipar, ingefer og nelikur røkka kleystrinum í Vadstena? Brúka kortið! 3. Hvussu langa tíð tekur tað nú á døgum at ferðast millum Venezia og París? Samanber tok og flogfør. Finn fram til fráferðartíð og komutíð á einum flogfari millum London og Venezia. Hvussu long er flogtíðin (hugsa um, at tað kanska er talan um ymsar tíðarson ur)? Brúka internetið at loysa uppgávuna. Bergen SILD JARN Stokkhólmur Reval BIVAKS Novgorod FELDUR ULL Visby TIMMER TIMBUR Skanör Riga London Lübeck KORN Spannmål París Brügge ULLVØRA Ríná Elbá Kiev Dnepr ULL VÍN Genova Venezia SALT Lissabon Firenze SIDEN SILKI Donau Konstantinopel Antiokia Kort: Stig Söderlind Alexandria KRYDDOR, KRYDD, FÄRGER, LITING, SILKI SILKE, SIDEN 9

Feudalisma Ovastur sat kongur, síðani komu kirkjuharrar og lensharrar stórvasalar, undir teimum vóru lensmenn undirvasalar (riddarar) og bøndur. Niðastir í pýramiduni vóru arbeiðandi fátækafólk. Tey livdu hart, vóru óskúlaði og maktar leys. Øll løg í pýramiduni vóru bundin hvørt at øðrum fyri at samfelagið skuldi rigga. 1. Ímynda tær, at kongur og eitt av fólkunum á botni í pyramiduni strandaðu á einari oydnari oyggj. Skriva niður eina samrøðu teirra millum. Hvat heldur tú, man henda við teimum aftan á ferðina á oydnu oynni? 2. Í dag hava vit eina aðra samfelagsskipan. Hugsa tær, at tú skalt skriva bræv til ein søgu granskara úti í framtíðini um, hvussu okkara samfelag er skipað. Skriva brævið og greið honum ella henni frá støðuni nú á døgum! 3. Sjálvt á okkara døgum hava fólk ymsan status. Set inn minst tveir ymsar yrkis bólkar í eina modernaða samfelagspýramidu. Hvør ella hvørji eru tey, sum sita ovast? Hvørji eru tey, sum liva í miðjuni ella nið ast? 4. Á hvørjum lagi hevði tú helst vilja verið í miðaldarligu samfelagspýramiduni? Grund gev fyri svarinum hjá tær. Tekning: Per-Anders Nilsson (Tekningin er í litum á s. 70 í bókini) 10

Bayeux-tjaldið Eitt tað kendasta listaverkið frá miðøld er Bayeux-tjaldið frá 1070. Tað er kona Vilhjálm Hertakaran Mathilda og hirðkonur hennara, ið eru sagdar at hava skapað tað. Talan er um eitt baldýrað línklæði, sum er 70 metrar langt. Í neðra sært tú eitt stykki av listaverkinum. Í veruleikanum er tað í litum. Nú skalt tú sleppa at royna teg sum listafólk! Brúka litblýantar ella mála tjaldið, soleiðis at tú heldur, tað riggar væl. Samanber so við bílætið í bókini! Heimssøga Fram til 1700 s. 74-75 Tekning: Per-Anders Nilsson 11

Hvør eri eg? Vel rætta svarið og set bókstavin í rútin. 1. Eg síggi land! Endiliga eftir so nógvar dagar á víðum havi. Eg fari at kalla landið Vínland! 2. Mínir dagar eru rættiliga líkir. Eg biði ofta. Eg fáist eisini rættiliga nógv við urtagarðsarbeiði, jarðarbrúk og byggiarbeiði. Annars lesi og skrivi eg. 3. Eg lovi at verja kristindómin móti øllum ytri hóttanum. Ikki minst frá víkingum og arabum! 4. Tú hevði ikki viljað býtt títt lív um við mítt. Eingin tosar við meg. Øll vanvirða meg. Arbeiðið hjá mær er ræðuligt, eg arbeiði á gálgaheyggi uttan fyri býarmúrin. Møtir tú mær har, eri eg allarhelst seinasta menniskjað tú sært í lívinum! 5. Mínir dagar eru langir og strævnir. Eg fái ikki flutt burtur. Eg eri ogn hjá mínum góðseigara. 6. Eg havi ikki stundir at forklára, hvør eg eri! Gud hevur givið mær til uppgávu at bjarga Fraklandi. Eg má kvika mær til kongs at siga frá hesum! A. Jeanne d Arc Á. Ein festibóndi B. Leivur Hepni D. Djengis Khan Ð. Ein bøðil E. Ein flagellantur (ein sjálvpískari) F. Karl Mikli G. Magnus Eiriksson H. Ein munkur ella nunna í einum kleystri I. Froyur 7. Tú hevði heldur ikki viljað býtt títt lív um við mítt! Eg váli eftir vegunum og píski meg sjálvan. Gud, hjálpi okkum! 8. Eg kríggist á rossabaki! Tað var eg, sum hertók Russland og reið mær allan vegin fram til Eystarasalt. 9. Tú átti at takkað mær! Eg tók av trældómin og innførdi nýggjar lógir fyri alt landið. 10. Eg veiti góðan skurð og nógvar grísabassar. Best man vera hjá tær at halda lagið gott á mær, um tú vilt eta teg mettan! 12

Minnist tú? 1. Hvussu kallast fyrsta stavraðið hjá norðbúgvum? 1) Helluristir X) Rúnir 2) Kílaskrift 1 X 2 2. Hvussu eitur svartideyði á enskum? 1) The Fury X) The Sother Death 2) The Black Death 3. Hvør av hesum listamálarum var IKKI renesansu málari? 1) Picasso X) Michelangelo 2) Leonardo da Vinci 4. Hvør svenskur býur var týðandi handilsbýur hjá Hansakeypmonnum? 1) Stokkhólmur X) Gøteborg 2) Visby 5. Hvussu kallaðist samgongan hjá handverkarum? 1) Lagið X) Fakfelagið 2) Gildið 6. Hvussu róptust teir, sum fóru við á krossferðirnar? 1) Guds herlið X) Krossfararar 2) Korsikanar 7. Hvussu kallast heilaga skriftin hjá muslimum? 1) Koranin X) Torain 2) Bíblian 8. Hvat at hesum orðum er IKKI arabiskt? 1) Siffur X) Fakirur 2) Politistur 9. Hvussu kallast samgongan hjá keypmonnum? 1) Fakfelagið X) Lagið 2) Gildið 10. Hvat merkir orðið renesansa? 1) Ævintýr X) Endurføðing 2) Endurminning 13

LÆRARAVEGLEIÐING Svar. Hvør eri eg? 1. B 2. H 3. F 4. Ð 5. Á 6. A 7. E 8. D 9. G 10. I Svar: Minnist tú? 1 X 2 1. X 2. 2 3. 1 4. 2 5. 1 6. X 7. 1 8. 2 9. 2 10. X 14