INNANHÝSIS. Uppskot til. Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af ændringslove til lov om luftfart

Relaterede dokumenter
Fíggjarmálaráðið. Løgtingið Dagfesting: 7. februar 2018 Mál nr.: 17/ Málsviðgjørt: JEK

Uppskot til. Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar

Løgtingið 26. oktober 2017 Mál nr: 16/00009 Málsviðgjørt: JPP

Løgtingsmál nr. 59/2014: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar

Heilsu- og innlendismálaráðið

Løgtingið. Tórshavn, tann 24. februar 2009 Vmr J.Nr.:

V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð

Heilsu- og innlendismálaráðið

Løgtingið Tórshavn, tann 9.juni 2015 J.nr.: 12/ Løgtingsmál nr. / 2015: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar søloven

Løgmansskrivstovan. Løgtingið Dagfesting: 11. november 2016 Mál nr.: /16 Málsviðgjørt: GJ

LØG M A N S S K R I V S T O V A N. P r i m e M i n i s t e r s O f f i c e

Løgtingið Argir, 29. februar Løgtingsmál nr. 70/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tollsatsir.

F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F F I N A N C E. Løgtingið

Heilsu- og innlendismálaráðið. Løgtingið Dagfesting: 02. nov Mál: 16/

F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F F I N A N C E. Løgtingið

V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð

LØG M A N S S K R I V S T O V A N. P r i m e M i n i s t e r s O f f i c e

Løgtingsmál nr. 84/2010: Uppskot tilríkislógartilmæli um gildiskomu í Føroyum av lóg um Fólkatingsumboðsmann. U p p s k o t. til

Løgtingið Tórshavn, tann 7. mars 2016 J.nr.: 15/00233

Uppskot til. ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar partar av broytingum í hjúnabandslógini og rættarvirknaðarlógini

Sagsøgeren har påstået sagsøgte dømt til at betale kr. med procesrente fra den 26. juni 2003, subsidiært procesrente fra den 22. april 2008.

V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð. Løgtingið Tórshavn, tann 1. desember 2014 Vmr. J.Nr.: 14/

Uppskot. til. løgtingslóg um rættindi løntakaranna í sambandi við, at landsstýrið yvirtekur mál og málsøki frá ríkismyndugleikunum

Løgtingsmál nr. xx/2008: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tænastumenn landsins. Uppskot. til

Løgtingsmál nr. xx/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt (dagstovnaráð og avtøka av kærurætti) Uppskot

Uppskot. til. Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar soljóðandi lóg:

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Løgtingsmál nr. 126/2007: Uppskot til løgtingslóg um havnir. Uppskot. til. løgtingslóg um havnir

Uppskot. til. Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta soljóðandi uppskot til kongliga fyriskipan í gildi fyri Føroyar:

Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding av elinnleggjarum

Tinganes - Fo-100 Tórshavn Faroes Tel: (+298) Fax: (+298)

LØGMANSSKRIVSTOVAN LØGDEILDIN

HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ

Løgmansskrivstovan. Løgtingið Dagfesting: 21. desember 2016 Mál: 16/

LØG M A N S S K R I V S T O V A N. P r i m e M i n i s t e r s O f f i c e

Mentamálaráðið. Løgtingið Dagfesting: Mál nr.: 16/ Málsviðgjørt: BB/TVR

Álit um stýrisskipanarviðurskifti Føroya

Samandráttur av øllum uppskotunum

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

forbindelse med både ansættelse, ændring i ansættelsesforhold og ved afslutning af ansættelsen.

Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging

Landsstýrismálanevndin hevur viðgjørt málið á fundum 30. oktober 2012, 22. januar, 21. mars og 11. apríl 2013.

Løgmansskrivstovan. Løgtingið Dagfesting: 16. februar 2017 Mál nr.: /16 Málsviðgjørt: GJ/NF

LØGMANSSKRIVSTOVAN LÓGARTÆNASTAN. Rundskriv

Løgtingið Tórshavn, tann 3. mars 2015 VMR j.nr.: 15/00009 Viðgjørt: SPS

Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Løgtingsmál nr. 115/2011: Uppskot til løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin) Uppskot. til. løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin)

Heilsu- og innlendismálaráðið

VINNUMÁLASTÝRIÐ VINNUMÁLADEILDIN

ES-fyriskipanin um persónsdátuvernd

Under arbejdet med kunngerðini er jeg blevet opmærksom på 3 områder i loven, jeg mener vi lige må tænke over en ekstra gang.

Løgtingsmál nr. 154/2008: Uppskot til ríkislógartilmæli um gildiskomu í Føroyum av eini røð av lógarbroytingum viðvíkjandi donskum tænastumonnum

Gamlar myndir úr Norðuroyggjum

Dátueftirlitið Tinganes - Postboks Tórshavn Telefonnr:

Løgtingsmál nr. 68/2016: Uppskot til løgtingslóg um føroyskan kortmyndugleika. Uppskot til. Løgtingslóg um føroyskan kortmyndugleika

11. december (Indsendelsesbekendtgørelsen) Kapitel 1 Anvendelsesområde

Løgmansskrivstovan. Løgtingið Dagfesting: 28. november 2018 Mál nr.: /16 NF

INNLENDISMÁLARÁÐIÐ. Uppskot. til. ríkislógartilmæli um anordning om ikrafttrædelse for Færøerne af forskellige ændringslove til straffeloven

Løgtingið. Tórshavn, tann 7. mars 2016

Uppskot. til. Viðmerkt verður, at í sambandi við hesa fyriskipan hevur verið roynt at gera tær tillagingar, sum serligu føroysku viðurskiftini krevja.

HEILSUMÁLARÁÐIÐ. Til: hoyringspartar

Givið út 30. mai 2017

Mentamálaráðið. Løgtingið Dagfesting: Mál nr.: 16/ Málsviðgjørt: BB/TVR

Alternativur flogvøllur í Føroyum.

ALMANNA- OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ

Løgmansskrivstovan. Løgtingsmál nr. xx/201x: Uppskot til broyting í lovbekendtgørelse om straffeloven

Løgtingsmál nr. 101/2015: Uppskot til løgtingslóg um føroyskan kortmyndugleika. Uppskot til. Løgtingslóg um føroyskan kortmyndugleika

Grannskoðaraeftirlitið. Grannskoðaraeftirlitið. Ársfrágreiðing. Almannakunngjørd 23. juni 2017

Liðugfráboðan til eftirlits av Brunaávaringarskipan

Kanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum

Álit. viðvíkjandi. víðkan av føroysku útbúgvingarstuðulsskipanini til allar lesandi føroyingar uttanlands

Kunngerð. grannskoðaraváttanir v.m.

VIRKISÆTLAN. Frágreiðing og tilmæli um framtíðar elorkuskipanina í Føroyum

BORNE- OG SOCIALMINISTERIET HEILSU- OG INNLENDISMÅLARÅDID. Felags yvirlysing i sambandi vid yvirtøku av målsøkinum "persons-, husf61ka- og arvarætti"

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ. Uppskot. til

Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar

Løgtingsmál nr. 19/1998. Uppskot til ríkislógartilmæli um lov om videnskabsetisk komitésystem og behandling af biomedicinske forskningsprojekter

Tinganes - Fo-100 Tórshavn Faroes Tel: (+298) Fax: (+298)

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ. Løgtingsmál nr. 155/2009: Uppskot til løgtingslóg um útleigan av bústøðum (leigulógin) Uppskot. til

Bókhaldsvegleiðing. Elektronisk varðveitsla av roknskapartilfarið og atgongd hjá almennum mynduleikum til roknskapartilfar

Mikudagin TANN 15. apríl verður ráðstevna á Hotel Føroyum um multiresistentar bakteriur og antibiotikaresistens

Løglisti * Partur II F RÁGREIÐING LØGMANS Á ÓLAVSØKU 2009

INNLENDISMÁLARÁÐIÐ. Uppskot til løgtingslóg um ítróttarvedding

Grannskoðaraeftirlitið. fghjklæøzxcvbnmqwertyuiopåasdfghj. Ársfrágreiðing og 2010

(Uppskot til) Løgtingslóg um djóravælferð (Djóravælferðarlógin) Kapittul 1 Almennar ásetingar

Konference om affald på havet

Álit. viðvíkjandi klagu um manglandi svar upp á innlitsumbøn

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

INNLENDISMÁLARÁÐIÐ. Uppskot til løgtingslóg um ítróttavedding

Løgtingsmál nr. 28/2005: Uppskot til samtyktar um norðurlendskan sáttmála um fólkayvirlit. Uppskot. til. samtyktar

Uppskot. til. Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar soljóðandi lóg:

Tine Færch Jørgensen. Til Trafik- og Byggestyrelsen

Klagan til TV2. Hvat kann gerast. Upplivdi illveðrið í 1932, ið beindi fyri formanni í FF. Livravirkið á Eiði. Frásøgn hjá Andrew Godtfred:

- Webundersøgelse, Fólkaskúlaráðið, oktober Fólkaskúlaráðið. Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på

OVERENSKOMST FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ FARMAKONOMFORENINGEN MELLEM

Álit. løgtingsmáli nr. 79/2008: Uppskot løgtinglóg um avtøku av løgtingslóg um altjóðarættarligu sáttmálar Føroya landsstýris at gera

OVERENSKOMST 2011 til 2015

Løgmansskrivstovan. Løgtingsmál nr. 44/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lovbekendtgørelse om straffeloven (Kynslig brotsverk)

23 Uppskot til løgtingslóg um umskipan av Føroya Lívstrygging Skjal 2

Transkript:

UTTANRÍKIS - OG V INNUMÁLARÁÐIÐ INNANHÝSIS Løgtingið Tórshavn, tann 1. februar 2017 Vmr. J.Nr.: 16/00801-4 Viðgjørt: EFR Løgtingsmál nr. xx /2016: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af ændringslove til lov om luftfart Uppskot til Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af ændringslove til lov om luftfart Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af ændringslove til lov om luftfart, hjálagt sum fylgiskjal 1. Kap. 1. Almennar viðmerkingar 1. Orsøk til uppskotið Loftferðsla er løgskipað í lov om luftfart (loftferðslulógin). Loftferðslululógin varð seinast broytt í Føroyum við anordning nr. 1315 frá 16. november 2015. Lógin er síðani broytt í Danmark, og uppskotið til kongliga fyriskipan inniheldur tær broytingar í flogferðslulógini, sum gjørdar eru við hesari lóg: - Lov nr. 602 af 4. juni 2016: Lov om ændring af lov om luftfart (Regulering af mindre droner, justering af arbejdsmiljøregler samt afgifter og gebyrer) Harumframt eru broytingar gjørdar í lov nr. 1896 af 29. december 2015, lov nr. 742 af 1. juni 2015 og lov nr. 426 af 18. maj 2016 sum eisini hava ávirkan á loftferðsluøkið. Danskir myndugleikar hava tó bert mett, at tað er neyðugt at gera broytingar í føroyskari lóggávu í samsvari við broytingarnar við lov nr. 602 af 4. juni 2016: Lov om ændring af lov om luftfart (Regulering af mindre droner, justering af arbejdsmiljøregler samt afgifter og gebyrer). 2. Endamálið við uppskotinum Fyri at dagføra lóggávuna á loftferðsluøkinum soleiðis, at hon svarar til donsku loftferðslulógina, er ætlanin at dagføra ávísar ásetingar og seta nýggjar ásetingar í gildi. Talan er um nýggjar ásetingar um dronuflúgving ( 126 b 126 f, 149, stk. 16 og 17 og 150, stk. 10-22), skipan av trygdar- og heilsuarbeiðinum fyri manning umborð á flogførum ( 40 c, d, e, f og g) og tillaging av galdandi fíggingarhættum í mun til virksemið hjá Trafik-, Bolig- og Byggestyrelsen ( 148). 3. Galdandi lóggáva GONGIN 7 POSTSMOGA 377 110 TÓRSHAVN Telefon 30 66 00 Telefax 30 66 65 E-mail: uvmr@uvmr.fo

Reglurnar um flúgving við dronum í Føroyum hava heimild í 151 í loftferðslulógini fyri Føroyar, sum m.a. heimilar transportministaranum at áseta nærri reglur fyri...luftfartøjer, som ikke har fører om bord. Talan er um sonevndar Bestemmelser for Civil Luftfart, stytt BL. Dronuflúgving í Føroyum er fevnd av BL 9-4, 3. udgave frá 9. januar 2004, Bestemmelser om luftfart med ubemandede luftfartøjer, som ikke vejer over 25 kg. Modellflogfør eru í dag fevnd av reglunum í BL 9-4. Sambært galdandi reglum fyri Føroyar er bert loyvt at flúgva við dronum, sum ikki viga meira enn 25 kg, og í útgangsstøðinum kann ikki verða flogið í býarøkjum. Uttan fyri býarøki skal dronan hava eina fjarstøðu á í minsta lagi 150 m frá býarøki og størri almennum vegum eins og hægsta floghædd yvir lendi er 100 m. Flogið má ikki verða tvørtur um øki, har fleiri fólk eru savnað undir opnum himli. Harumframt eigur ikki at verða flogið nærhendis serliga viðbreknum náttúruøkjum, sum eru nevnd í BL 7-16 og ikki má verða flogið nærri enn 5 km frá einum sivilum flogvølli. Sambært BL 9-4 kann Trafik-, Bolig- og Byggestyrelsen víkja frá reglunum, tá tað verður mett at vera í samsvari við tey viðurskifti, sum eru grundarlag undir ásetingunum. Orsakað av økta áhuganum fyri dronuflúgving seinnu árini, hevur Trafik-, Bolig- og Byggestyrelsen gjørt eina vegleiðing til loftferðsluvinnuna eina sonevnda AIC Aironautical Information Circular (nr. B 08/14). Brot á ásetingarnar í BL 9-4 kann verða revsað við bót. Spurningar um brot á friðin hjá einstaklingum o.a. í sambandi við nýtslu av dronum, sum eru útgjørdar soleiðis, at dronan kann taka myndir, sjónband, senda ella á annan hátt heinta upplýsingar, eru fevndir av aðrari lóggávu, herundir persóndátalógini og revsilógini. 4. Samandráttur av nýskipanini 4.1. Dronur Tann menning, sum hevur verið seinastu árini í dronutøkini, hevur givið privatpersónum og vinnulívi nýggjar møguleikar. Ein drona er eitt mannleyst loftfar, sum verður flokkað sum luftfartøjer som ikke har fører ombord, t.v.s. eitt mannleyst flogfar ella tyrla, sum vanliga verður fjarstýrt av persóni á landjørðini. Tað eru serliga tær smáu dronurnar dronur á í mesta lagi 25 kg, sum flúgva lágt (undir 150 m) sum eru vælumtóktar hjá vinnulívinum, myndugleikum og privatpersónum. Dronur eru samfelagsgagnligar, tí tær kunnu loysa fleiri uppgávur bíliga, skjótt og eru umhvørvisog veðurlagsvinarligar, orsakað av lágum orkubrúki og co2-útláti, samanborið við vanlig flogfør og tyrlur. Dronur kunnu sostatt nýtast til bæði at effektivisera og lætta um verandi uppgávur, men eisini til at gera arbeiði, sum ikki verður gjørt í dag. Serligir møguleikar eru í at innsavna upplýsingar til uppmáting, kortlegging og byggiverkætlanir. Á tilbúgvingarøkinum ber til at betra um samskipan av átøkum í sambandi við óhapp og til at veita yvirlit yvir bjargingar- og leitingarátøk. Endamálið við uppskotinum er at tryggja, at dronuøkið er tíðarhóskandi og betur kjølfest í føroysku loftferðslulógini, eins og tað er í donsku loftferðslulógini. Galdandi lóggáva hevur fyrst og fremst atlit til trygd viðvíkjandi flúgving við vanligum modellflogførum, sum ikki viga meira enn 25 kg.

Eins og við aðrari tøkni, eru avbjóðingar knýttar at nýtslu av dronum. Dronutøknin veitir serligar avbjóðingar fyri flog- og persónstrygd, heimafriðin hjá einstaklingum og trygd, t.d. í mun til átøk móti yvirgangi, smugling og aðrari ólógligari nýtslu. Dronur kunnu lættliga flúgva tvørtur um forðingar av ymsum slag, og til ber ikki uttan víðari at eyðmerkja og afturhalda dronum, meðan tær flúgva. Nýggju reglurnar hava til endamáls at tryggja eina javnvigandi og samanhangandi skipanarlóggávu, sum leggur upp fyri serligum atlitum, sum gera seg galdandi viðvíkjandi dronuflúgving. Av tí at dronur kunnu flúgva við eitt nú sjónbandatóli og nakað av last, eru fleiri neyðug atlit, enn tá tað snýr seg um vanlig modellflogfør. Endamálið er m.a. at gera tað gjørligt at seta krøv til nýtslu av dronum fyri at forða fyri ólógligari nýtslu, herundir nýtslu, sum er ósambærilig við reglur, sum tryggja heimafriðin hjá einstaklingum. Í dag hava krøvini til dronuflúgving fyrst og fremst atlit til flogtrygdina. Fyriskipanin fevnir einans um sivilar dronur. Hernaðarligar dronur eru málsøki hjá danska verjumálaráðnum. Danska stjórnin setti í 2013 ein arbeiðsbólk, mannaður við umboðum fyri fleiri stjórnarráð, sum skuldi kanna og meta um tørvin á meira tíðarhóskandi lóggávu á dronuøkinum. Úrslitið av arbeiðinum var ein frágreiðing um Fremtidens regulering af civile droner frá 2015, sum fevnir um eina røð av tilmælum til eina yvirskipaða lóggávu fyri dronuøkið. Tilmælini hjá arbeiðsbólkinum mynda, saman við almennari hoyring í Danmark, uppskotið til kongliga fyriskipan. Tað stendur í almennu viðmerkingunum til danska lógaruppskotið, at lógin verður mett at vera sambærilig við grundsjónarmiðini í uppskotinum hjá EASA (European Aviation Safety Agency), og at reglurnar tí eisini væntast at verða sambæriligar við komandi yvirskipaðu reglurnar hjá ES. Við heimild í broyttu loftferðslulógini, eru nýggjar reglur komnar í gildi í Danmark tann 1. september 2016, sbr. bekendtgørelse om flyvning med droner i bymæssigt område. Reglurnar í Danmark eru broyttar soleiðis, at munur verður gjørdur á flúgving við dronum í býarøki og flúgving við dronum uttan fyri býarøki. Samstundis verða nýggj krøv gjørd um dronuprógv hjá dronuførara í sambandi við flúgving í býarøki. Tí verða umsóknir ikki longur viðgjørdar um undantaksloyvi sambært gomlu skipanini fyri flúgving í Danmark. Henda skipan er tó framvegis galdandi fyri Føroyar. Í staðin fyri gomlu skipanina eru krøv komin um dronuprógv, skráseting av dronum og krøv til útbúgvingarstøð (dronuskúlar). 4.2. Fígging av virkseminum hjá Trafik-, Bolig- og Byggestyrelsen Av tí at tað seinastu árini ikki hevur verið gjørligt at fáa javnvág millum inntøkur og útreiðslur fyri safety-gjaldið við javningarmekanismuni, sum er innbygd í lógini, verður ein satsur ásettur á 5,50 kr. Hetta er ein lækking í mun til verandi sats á 6 kr. Eisini verður nágreinað, at gjaldið fevnir um útreiðslur, knýttar at eftirlitinum hjá Trafik-, Byggeog Boligstyrelsen við sivilari loftferðslu í breiðum týdningi, herundir eisini teimum aktørum, sum ikki skulu rinda gjøld, men sum hava virksemi, sum hevur týdning fyri trygdina hjá ferðafólki. Harumframt inniber uppskotið broytingar av galdandi ásetingum um fígging av uppgávunum hjá Trafik-, Bolig- og Byggestyrelsen. Nágreinað verður í lógini, at Trafik-, Bolig- og Byggestyrelsen

kann krevja gjald fyri skeiðsvirksemi. Hesi verða ásett sambært vanligu reglunum hjá danska statinum um áseting av gjøldum, sum ikki hava skatta- og avgjaldseyðkenni. 4.3. Arbeiðsumhvørvi Í uppskotinum eru nakrar broytingar av ásetingunum í loftferðslulógini um, hvussu flogfeløgini leggja arbeiðsumhvørvisarbeiðið til rættis. Hetta er í dag fevnt av ymiskum reglum og tengt at, um talan er um tænastu umborð á flogførum ella á landjørðini. Við uppskotinum verður skotið upp, at reglurnar í loftferðslulógini um skipan av trygdar- og heilsuarbeiðinum fyri manning, sum er til arbeiðis umborð á flogførum, verða lagaðar til yvirskipaðu ásetingarnar í donsku arbeiðsumhvørvislógini soleiðis, at somu reglur verða galdandi, óansæð um talan er um tænastu umborð á flogfari ella á landjørðini. 5. Ummæli Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum 1. Fíggjarligar fyri land og kommunur Mett verður ikki, at nýggju reglurnar á dronuøkinum fara at elva til fleiri útreiðslur fyri landið ella kommunur. Av tí at talan er um felagsmál, verða møguligar fíggjarligar av elektroniskari eyðmerking hjá donskum myndugleikum. Broytingar á arbeiðsumhvørvisøkinum verða ikki mettar at hava fíggjarligar fyri vinnulívið. 2. Umsitingarligar fyri land og kommunur Væntast kann, at nýtslan av dronum fer at vaksa komandi árini, og at hetta kann fáa í sambandi við, at reglurnar skulu handhevjast; fyrst og fremst av løgregluni, men eisini av Trafik-, Bolig- og Byggestyrelsen. Broytingar á arbeiðsumhvørvisøkinum verða ikki mettar at hava umsitingarligar fyri vinnulívið. Fyri frítíðarbrúkarar av dronum fer uppskotið at elva til øktar umsitingarligar í sambandi við, at krøv verða sett um ábyrgdartrygging. Tó verður eitt minstamark á 250 g, har krav ikki verður um dronutekin og ábyrgdartrygging. 3. Avleiðingar fyri vinnuna Greiðar og einsháttaðar reglur hava seinastu tíðina verið eftirspurdar í Føroyum. Uppskotið verður mett at verða ein lætti fyri vinnulívi, serliga orsakað av umsitingarligu byrðunum fyri vinnulívið á dronuøkinum. Í mun til uppskotið um fígging av uppgávunum hjá Trafik-, Bygge- og Boligstyrelsen hevur uppskotið ongar umsitingarligar fyri vinnulívið. Broytingarnar á arbeiðsumhvørvisøkinum verða mettar at veita ein lítlan umsitingarligan lætta fyri vinnulívið. Uppskotið merkir, at fortreytirnar fyri at fáa loyvi/rættindi at fara undir vinnuliga flúgving við smærri dronum í býarøki broytast frá eini góðkenning av rakstrarhondbók og førleikum hjá einstøku fyritøkuni til at vera grundað á førleikarnar hjá dronuføraranum.

Útbúgvingin til dronuførarar verður eitt standardiserað førleikagevandi skeið. Í dag eru førleikakrøvini til dronuflúgving ymisk, og týðandi útreiðslur eru knýttar at rakstrarbókini. Mett verður, at talan er um ein umsitingarligan og fíggjarligan lætta fyri vinnulívið. 4. Avleiðingar fyri umhvørvið Uppskotið hevur ongar umhvørvis. 5. Avleiðingar fyri serstøk øki í landinum Uppskotið hevur ongar fyri serstøk øki í landinum. 6. Avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir Uppskotið hevur ikki fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir. 7. Millumtjóðasáttmálar á økinum Eingir millumtjóða sáttmálar eru á økinum. 8. Tvørgangandi millumtjóðasáttmálar Mett verður ikki, at uppskotið hevur týdning fyri viðurskifti viðvíkjandi: 1) Sáttmála Sameindu Tjóða um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek 2) Evropeiska mannarættindasáttmálanum. 9. Markaforðingar Ongar kendar markaforðingar eru á økinum, og mett verður ikki, at uppskotið kann elva til markaforðingar. 10. Revsing, útpanting, sektir ella onnur størri inntriv Uppskotið inniber, at brot á ásetingarnar um dronur í 126 c, stk. 1 og 2, 126 e, stk. 1 og 2 og 126 f, stk. 1 kunnu revsast við bót. Hetta merkir, at um flogið verður á ein hátt, sum setur lív og ogn hjá øðrum í vanda, ella um flúgvingin elvir til óneyðugan bága, kann hetta verða revsað við bót. Flúgving við øðrum enn vinnuligum endamáli, og flúgving, sum økir um vandan fyri flogtrygdina, kann verða revsað við bót. Tað sama er galdandi, um flogið verður uttan neyðugt loyvi. Førarin kann eisini verða revsaður við bót, um førarin ikki er fyltur 18 ár, og revsast kann við bót, um dronur ikki kunnu eyðmerkjast. Eisini eru ásetingar um revsing við bót, um førarin er ávirkaður av rúsdrekka, rúsevnum ella er troyttur, meðan flogið verður. Harafturat eru ásetingar um at taka loyvi frá føraranum, um brot verður framt á ásetingarnar í lógini. Viðvíkjandi nærri útgreining um revsiásetingarnar verður víst til viðmerkingarnar til upprunaliga danska uppskotið. 11. Skattir og avgjøld Uppskotið inniheldur ikki ásetingar um skatt og avgjøld. 12. Gjøld

Stórur partur av eftirlits- og skeiðsvirkseminum hjá Trafik-, Bygge- og Boligstyrelsen verður í dag fíggjað við brúkaragjøldum, og verður hetta framhaldandi galdandi. Í uppskotinum verður skipanin tillagað. Seinastu árini hevur ikki verið gjørligt at fáa javnvág millum inntøkur og útreiðslur fyri safetygjaldið við javningarmekanismuni, sum er innbygd í lógini, og tí verður ein satsur ásettur á 5,50 kr. Hetta er ein lækking í mun til verandi sats á 6 kr. Harumframt inniber uppskotið broytingar av galdandi ásetingum um fígging av uppgávunum hjá Trafik-, Bolig- og Byggestyrelsen. Nágreinað verður í lógini, at Trafik-, Bolig- og Byggestyrelsen kann krevja gjald fyri ávíst skeiðsvirksemi. Hesi gjøld verða ásett sambært vanligu reglunum hjá danska statinum um áseting av gjøldum. 13. Áleggur uppskotið fólki skyldur? Tey, sum flúgva við smærri dronum í býarøki, skulu hava dronuprógv frá transport- og bygningsministaranum. Eigarin av dronuni hevur skyldu at tekna ábyrgdartrygging fyri møguligt endurgjaldskrav, sum stendst av skaða á persón ella ting í sambandi við flúgving við dronuni. Ein dronuførari skal kunna vísa løgregluni dronuprógv, tá ið tað verður kravt. 14. Leggur uppskotið heimildir til landsstýrismannin, ein annan enn landsstýrismannin, ella til kommunur? Uppskotið leggur ikki heimildir til annan landsstýrismann ella til kommunur. 15. Gevur uppskotið almennum myndugleikum atgongd til privata ogn? Uppskotið hevur ongar í hesum sambandi. 16. Hevur uppskotið aðrar? Mett verður ikki, at uppskotið hevur aðrar enn greitt frá omanfyri. 17. Yvirlit yvir nar av uppskotinum Fíggjarligar/ búskaparligar Umsitingarligar Umhvørvisligar Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur Sosialar Fyri landið/ landsmyndugleikar Fyri kommunalar myndugleikar Fyri pláss/øki landinum Fyri ávísar Fyri vinnuna í samfelagsbólkar/ felagsskapir Nei Nei Nei Nei Ja Nei Nei Nei Nei Ja Nei Nei Nei Nei Nei Nei Nei Nei Nei Nei Nei Kap. 3. Serligar viðmerkingar

Broytingarnar í lógini, sum ætlanin er at seta í gildi fyri Føroyar við hjálagda uppskoti til kongliga fyriskipan, skulu tulkast sambært viðmerkingunum (teimum almennu og teimum serligu) til upprunauppskotið til oman fyri nevndu lóg, sum er hjáløgd sum fylgiskjal til hetta ríkislógartilmæli. Afturat viðmerkingunum til oman fyri nevndu donsku broytingarlóg, verða niðan fyri gjørdar einstakar aðrar serligar viðmerkingar: Til 1: Í 148, stk. 8 verður ásett, at tá tað í stk. 2 verður víst til dansk, verður við hesum eisini skilt færøsk. Tað framgongur í 150, stk. 21, at ístaðin fyri kapitel 93 a i lov om rettens pleje stendur í loftferðslulógini fyri Føroyar kapitel 93 a i lov om rettens pleje for Færøerne. Til 2: Áseting um gildiskomu. Sambært uppskotinum koma broytingarnar í gildi 1. juli 2017. Skjøl sum fáa lógargildi: Skjal 1: Anordning om ikrafttræden for Færøerne af ændringslove til lov om luftfart. Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 30. januar 2017 Poul Michelsen landsstýrismaður / Herálvur Joensen Fylgiskjøl, sum ikki fáa lógargildi: - Lov nr. 602 af 4. juni 2016