Løgtingið Tórshavn, tann 7. mars 2016 J.nr.: 15/00233

Relaterede dokumenter
Løgtingið Tórshavn, tann 9.juni 2015 J.nr.: 12/ Løgtingsmál nr. / 2015: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar søloven

Fíggjarmálaráðið. Løgtingið Dagfesting: 7. februar 2018 Mál nr.: 17/ Málsviðgjørt: JEK

Løgtingið. Tórshavn, tann 24. februar 2009 Vmr J.Nr.:

Løgtingsmál nr. 59/2014: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar

Heilsu- og innlendismálaráðið

Heilsu- og innlendismálaráðið

Uppskot til. Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar

Løgtingið 26. oktober 2017 Mál nr: 16/00009 Málsviðgjørt: JPP

Løgtingið Argir, 29. februar Løgtingsmál nr. 70/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tollsatsir.

V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð. Løgtingið Tórshavn, tann 1. desember 2014 Vmr. J.Nr.: 14/

Løgmansskrivstovan. Løgtingið Dagfesting: 11. november 2016 Mál nr.: /16 Málsviðgjørt: GJ

Heilsu- og innlendismálaráðið. Løgtingið Dagfesting: 02. nov Mál: 16/

Sagsøgeren har påstået sagsøgte dømt til at betale kr. med procesrente fra den 26. juni 2003, subsidiært procesrente fra den 22. april 2008.

V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð

Løgtingsmál nr. 84/2010: Uppskot tilríkislógartilmæli um gildiskomu í Føroyum av lóg um Fólkatingsumboðsmann. U p p s k o t. til

LØG M A N S S K R I V S T O V A N. P r i m e M i n i s t e r s O f f i c e

V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð

INNANHÝSIS. Uppskot til. Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af ændringslove til lov om luftfart

Givið út 30. mai 2017

Uppskot. til. løgtingslóg um rættindi løntakaranna í sambandi við, at landsstýrið yvirtekur mál og málsøki frá ríkismyndugleikunum

F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F F I N A N C E. Løgtingið

F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F F I N A N C E. Løgtingið

Uppskot til. ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar partar av broytingum í hjúnabandslógini og rættarvirknaðarlógini

LØG M A N S S K R I V S T O V A N. P r i m e M i n i s t e r s O f f i c e

LØG M A N S S K R I V S T O V A N. P r i m e M i n i s t e r s O f f i c e

Løgtingsmál nr. xx/2008: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tænastumenn landsins. Uppskot. til

Uppskot. til. Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar soljóðandi lóg:

Uppskot. til. Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta soljóðandi uppskot til kongliga fyriskipan í gildi fyri Føroyar:

Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland

LØGMANSSKRIVSTOVAN LØGDEILDIN

NOTAT. Resumé vedr. ikraftsættelse for Grønland af en række love om ændring

Løgmansskrivstovan. Løgtingið Dagfesting: 21. desember 2016 Mál: 16/

Heilsu- og innlendismálaráðið

Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding av elinnleggjarum

forbindelse med både ansættelse, ændring i ansættelsesforhold og ved afslutning af ansættelsen.

Løgtingsmál nr. 28/2005: Uppskot til samtyktar um norðurlendskan sáttmála um fólkayvirlit. Uppskot. til. samtyktar

Løgtingsmál nr. xx/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt (dagstovnaráð og avtøka av kærurætti) Uppskot

Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging

Landsstýrismálanevndin hevur viðgjørt málið á fundum 30. oktober 2012, 22. januar, 21. mars og 11. apríl 2013.

Løgmansskrivstovan. Løgtingið Dagfesting: 16. februar 2017 Mál nr.: /16 Málsviðgjørt: GJ/NF

Tinganes - Fo-100 Tórshavn Faroes Tel: (+298) Fax: (+298)

Løgtingsmál nr. 126/2007: Uppskot til løgtingslóg um havnir. Uppskot. til. løgtingslóg um havnir

HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ

Mentamálaráðið. Løgtingið Dagfesting: Mál nr.: 16/ Málsviðgjørt: BB/TVR

Gamlar myndir úr Norðuroyggjum

Løgtingsmál nr. 115/2011: Uppskot til løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin) Uppskot. til. løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin)

Under arbejdet med kunngerðini er jeg blevet opmærksom på 3 områder i loven, jeg mener vi lige må tænke over en ekstra gang.

Álit um stýrisskipanarviðurskifti Føroya

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

LØGMANSSKRIVSTOVAN LÓGARTÆNASTAN. Rundskriv

BORNE- OG SOCIALMINISTERIET HEILSU- OG INNLENDISMÅLARÅDID. Felags yvirlysing i sambandi vid yvirtøku av målsøkinum "persons-, husf61ka- og arvarætti"

Konference om affald på havet

HEILSUMÁLARÁÐIÐ. Til: hoyringspartar

11. december (Indsendelsesbekendtgørelsen) Kapitel 1 Anvendelsesområde

Dátueftirlitið Tinganes - Postboks Tórshavn Telefonnr:

Løglisti * Partur II F RÁGREIÐING LØGMANS Á ÓLAVSØKU 2009

Samandráttur av øllum uppskotunum

ES-fyriskipanin um persónsdátuvernd

Løgtingið Tórshavn, tann 3. mars 2015 VMR j.nr.: 15/00009 Viðgjørt: SPS

Løgmansskrivstovan. Løgtingið Dagfesting: 28. november 2018 Mál nr.: /16 NF

VINNUMÁLASTÝRIÐ VINNUMÁLADEILDIN

- Webundersøgelse, Fólkaskúlaráðið, oktober Fólkaskúlaráðið. Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på

Mentamálaráðið. Løgtingið Dagfesting: Mál nr.: 16/ Málsviðgjørt: BB/TVR

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Liðugfráboðan til eftirlits av Brunaávaringarskipan

Januar Tryggingartreytir. Hundaábyrgdartrygging

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál. Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess

Løgtingsmál nr. 19/1998. Uppskot til ríkislógartilmæli um lov om videnskabsetisk komitésystem og behandling af biomedicinske forskningsprojekter

Uppskot. til. Viðmerkt verður, at í sambandi við hesa fyriskipan hevur verið roynt at gera tær tillagingar, sum serligu føroysku viðurskiftini krevja.

Grannskoðaraeftirlitið. Grannskoðaraeftirlitið. Ársfrágreiðing. Almannakunngjørd 23. juni 2017

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar

INNLENDISMÁLARÁÐIÐ. Uppskot. til. ríkislógartilmæli um anordning om ikrafttrædelse for Færøerne af forskellige ændringslove til straffeloven

23 Uppskot til løgtingslóg um umskipan av Føroya Lívstrygging Skjal 2

23 Uppskot til løgtingslóg um umskipan av Føroya Lívstrygging Skjal 0. Frágreiðing um umskipan av Føroya Lívstrygging til partafelag

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

ALMANNA- OG HEILSUMÁLASTÝRIÐ

Uppskot. til. ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om beskyttelse af havmiljøet

Tinganes - Fo-100 Tórshavn Faroes Tel: (+298) Fax: (+298)

Álit. løgtingsmáli nr. 79/2008: Uppskot løgtinglóg um avtøku av løgtingslóg um altjóðarættarligu sáttmálar Føroya landsstýris at gera

Løgtingið. Tórshavn, tann 7. mars 2016

ALMANNA- OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ

Kanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum

INNLENDISMÁLARÁÐIÐ. Uppskot til løgtingslóg um ítróttavedding

Løgmansskrivstovan. Løgtingsmál nr. 44/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lovbekendtgørelse om straffeloven (Kynslig brotsverk)

INNLENDISMÁLARÁÐIÐ. Uppskot til løgtingslóg um ítróttarvedding

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ. Uppskot. til

Løgtingsmál nr. 154/2008: Uppskot til ríkislógartilmæli um gildiskomu í Føroyum av eini røð av lógarbroytingum viðvíkjandi donskum tænastumonnum

Løgmansskrivstovan. Løgtingsmál nr. xx/201x: Uppskot til broyting í lovbekendtgørelse om straffeloven

Klagan til TV2. Hvat kann gerast. Upplivdi illveðrið í 1932, ið beindi fyri formanni í FF. Livravirkið á Eiði. Frásøgn hjá Andrew Godtfred:

Felagslívstrygging. fyri limir í Føroya Fiskimannafelag. Havnar Arbeiðsmannafelag Føroya Arbeiðarafelag. Felagslívstrygging

Uppskot. til. løgtingslóg um semingsstovn

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ. Løgtingsmál nr. 155/2009: Uppskot til løgtingslóg um útleigan av bústøðum (leigulógin) Uppskot. til

Løgtingsmál nr. 68/2016: Uppskot til løgtingslóg um føroyskan kortmyndugleika. Uppskot til. Løgtingslóg um føroyskan kortmyndugleika

Bygnaðarbroytingar, tænastumenn og grundgevingar

Løgtingsmál nr. 78/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg. U p p s k o t. til. ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg

Vegleiðing um krøv í løgtingslóg um tryggingarvirksemi til nevndarlimir og stjórnarlimir um førleika og heiðursemi (fit & proper)

Álit um stýrisskipanarviðurskifti Føroya

Álit. Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 1., 10. og 15. desember 2015, 19., 21. og 26. januar, 9., 16., 23. og 25. februar, 1. og 7. mars 2016.

Transkript:

Løgtingið Tórshavn, tann 7. mars 2016 J.nr.: 15/00233 Løgtingsmál nr. 85/ 2015: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af søloven Uppskot til Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af søloven Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af søloven, hjálagt sum skjal 1. Kapittul. 1 Almennar viðmerkingar 1. Orsøk til lógaruppskotið Sambært løgtingslóg nr. 41 frá 10. mai 2006 um ræði á málum og málsøkjum er málsøkið Sjórættur, sum eisini fevnir um sjóuppmerking og vitaverk, ikki yvirtikið málsøki. Galdandi sjólóg fyri Føroyar er frá 1892. Broytingar eru seinni gjørdar í lógini. Eitt nú er partur av donsku sjólógini, ið varð sett í gildi í Danmark í 1994, settur í gildi fyri Føroyar. Galdandi sjólóg fyri Føroyar er ongantíð tillagað til føroysk viðurskifti, og m.a. er hædd ikki tikin fyri í sjólógini, at økini trygd á sjónum og skipaskráseting eru yvirtikin málsøki. Sjólógin treingir tí til dagføringar. 2. Endamálið við lógaruppskotinum Tær norðurlendsku sjólógirnar eru at kalla eins, tí tað hevur altíð verið eitt sera tætt samstarv millum Norðurlond á hesum øki, og er danska sjólógin frá 1994 við seinni broytingum í stóran mun úrslit av hesum samstarvi. Endamálið við hesum uppskoti er at dagføra sjólógina soleiðis, at hon kemur at líkjast norðurlendskari lóggávu á hesum øki. TINGANES POSTSMOGA 377 110 TÓRSHAVN Telefon 30 66 00 Telefax 30 66 65 E-mail: vmr@vmr.fo

Lógarkarmarnir, ið regulera sjóferðslu hjá einstøkum londum, eru í stóran mun gjørdir við støði í altjóða sáttmálum, reglum og tilmælum. Broytingar eru javnan gjørdar í donsku sjólógini síðani 1994, og verður tað mett at hava stóran týdning, at lóggávan á hesum øki er í samsvari við lóggávuna í grannalondunum, londunum, sum samstarvað verður við, og teir altjóða sáttmálar, sum onnur framkomin lond hava valt at implementera. Tí verða eisini við hesum uppskoti settar í gildi ein røð av broytingum, sum eru gjørdar í sjólógini í tíðarskeiðinum frá 1994-2012. Fyri at dagføra lóggávuna á hesum øki, soleiðis at hon at kalla verður eins við hinar norðurlendsku sjólógirnar, er ætlanin at seta reglurnar í 51-182, 251-431, 461-471, 485, 501, og 506-508 í donsku sjólógini frá 1994 við seinni broytingum í gildi fyri Føroyar. 3. Galdandi lóggáva Galdandi sjólóg í Føroyum er Lovbekendtgørelse nr. 141 af 1. april 1985: Søloven, som senest ændret ved løgtingslóg nr. 165 af 21. december 2001 og Kongelig Anordning nr. 305 af 7. maj 1997 om ikrafttræden på Færøerne af dele af søloven, som senest ændret ved anordning nr. 659 af 21. juni 2006. Partar av donsku sjólógini frá 1994 eru tí longu galdandi fyri Føroyar. 4. Stuttur samandráttur av nýskipanini Størstu ítøkiligu broytingarnar, ið eru framdar við donsku sjólógini frá 1994 við seinni broytingum, og sum við hesum uppskoti verða settar í gildi fyri Føroyar, eru reglurnar um flutning av farmi. Reglurnar um stykkjafarmaflutning og reglurnar um heil- ella partflutning eru nú skipaðar í serligar partar í sjólógini. Harumframt verða reglurnar um ábyrgd, eisini reglurnar um at avmarka ábyrgdina í sambandi við flutning av ferðafólki og ferðagóðsi, við hesum uppskoti broyttar. Triðja høvuðsbroytingin er, at við uppskotinum verða reglurnar um ábyrgd av dálkingarskaðum frá bunkersolju settar í gildi í Føroyum. Uppskotið til nýggja sjólóg er ein samanskriving av fylgjandi lógum: - Lov nr. 170 af 16. marts 1994 om sølov. - Lov nr. 205 af 29. marts 1995 om ændring af søloven. - 3 í lov nr. 394 af 22. maj 1996 om ændring af lov om beskyttelse af havmiljøet, lov om skibes sikkerhed m.v. og søloven (Ændringer som følge af lov om eksklusive økonomiske zoner). - 2 í lov nr. 14 af 13. januar 1997 om ændring af sømandsloven og søloven (Fratrædelsesgodtgørelse, hviletid og Luganokonventionen). - 1, nr. 8 í lov nr. 901 af 16. december 1998 om ændring af søloven og ophævelse af lov om skibsregistering (Overførsel af registreringsregler m.v.). - Lov nr. 228 af 21. april 1999 om ændring af søloven (Gennemførelse af 1996-protokollen til Globalbegrænsningskonventionen og olieansvar). - 1 í lov nr. 106 af 13. februar 2001 om ændring af søloven (Søforklaring og erstatning i forbindelse med transport af olie til søs). - Lov nr. 599 af 24. juni 2005 om ændring af søloven (Ansvar for forureningsskade, forvoldt af bunkersolie og ansvar for skade, opstået i forbindelse med søtransport af farlige og forurenende stoffer). - 1 í lov nr. 526 af 7. juni 2006 om ændring af søloven og forskellige andre love (Digital skibsregistrering, pant, udlæg m.v. i fiskerirettigheder, fordeling af bjærgeløn og skibes hjemsted). 2/17

- 39 í lov nr. 538 af 8. juni 2006 om ændring af retsplejeloven og forskellige andre love (Politi- og domstolsreform). - 5 í lov nr. 493 af 12. maj 2010 om ændring af lov om sikkerhed til søs, sømandsloven, og forskellige andre love og om ophævelse af lov om forhyring af skibsmandskab (Gennemførelse af konventionen om søfarendes arbejdsforhold, modernisering af bestemmelser om tilsyn, forbud mod spiritussejlads i grøndlandsk farvand m.v.). - 1 í lov nr. 251 af 30. marts 2011 om ændring af søloven, lov om sikkerhed til søs og sømandsloven (Pligt til forsikring for søretlige krav, gennemførelse af konventionen om arbejdsforhold i fiskerisektoren m.v.). - 17 í lov nr. 457 af 18. maj 2011 om sikkerhedsundersøgelse af ulykker til søs. - 61 í lov nr. 1231 af 18. december 2012 om ændring af forskellige lovbestemmelser om obligatorisk digital kommunikation m.v. (Obligatorisk digital kommunikation og tilpasninger som følge af ressortoverførsel m.v.). Tá ið sjólógin er sett í gildi fyri Føroyar, verður galdandi lóggáva á økinum í høvuðsheitum tann sama sum í Danmark. Tó verða reglurnar á nøkrum økjum øðrvísi í Føroyum. Sum dømi um hetta kann nevnast: Ígildissetanin av reglunum um arrest í skipum verður útsett, til neyðugar fylgibroytingar eru gjørdar í rættargangslógini. Tá fylgibroytingarnar eru gjørdar í rættargangslógini, verður gildiskoman av reglunum um at fremja lóghald (arrest) ásett við kongligari fyriskipan. Reglurnar um sjófrágreiðing verða somuleiðis útsettar til at koma í gildi, til neyðugar fylgibroytingar eru gjørdar í rættargangslógini. Tá fylgibroytingarnar eru gjørdar í rættargangslógini, verður gildiskoman av reglunum um sjófrágreiðing somuleiðis ásett við kongligari fyriskipan. Samband hevur verið við ríkismyndugleikarnar um at gera neyðugar broytingar í rættargangslógini, men enn er hetta arbeiði ikki komið á mál. Í sjólógini, sum er galdandi í Danmark, eru einstakar reglur, ið hava tilknýti til Bruxelles I- fyriskipanina, sum Danmark er bundið av sambært avtalu, EF dómskonventiónina, sum Danmark hevur tikið undir við, og Luganokonventiónina, sum er ein parallelavtala til EFdómskonventiónina, sum er gjørd millum EU og EFTA londini, tó ikki Liechtenstein, og sum eisini rættarliga bindur Danmark. Hetta eru reglur um vernating, um viðurkenning av avgerðum og um inntriv. Hesar reglur eru ikki tiknar við í hesum uppskoti. Tað sama ger seg galdandi fyri broytingar, sum eru gjørdar í donsku sjólógini, orsakað av donsku umhvørvislógini. Fylgibroytingar, sum eru gjørdar í donsku sjólógini, orsakað av, at nýggj lóg um fyrning er komin í gildi í Danmark, eru heldur ikki tiknar við í hesum uppskoti. Í Føroyum er tað framvegis lógin um fyrning frá 1908, sum er galdandi. Reglurnar um skipaskráseting, og hvørji skip hava rætt til at brúka Merkið, eru yvirtikin málsøki, og eru tí ikki tiknar við í hesum uppskoti. Broytingarnar í kapitli 11 í donsku sjólógini um altjóða sáttmálan um ábyrgd fyri skaðum, sum eru komnir í sambandi við sjóflutning av vandamiklum og dálkandi evnum (HNS-sáttmálin), eru ikki tiknar við í hesum uppskoti. HNS-sáttmálin er ikki komin í gildi altjóða enn, og tí er hesin parturin ikki tikin við í hesum uppskoti. 3/17

Broytingarnar, sum vórðu gjørdar í donsku sjólógini í 2012 orsakað av Athen-fyriskipanini og fyri at fremja Athen-sáttmálan, eru ikki tiknar við í hesum uppskoti. Spurningurin um, hvørt hesar broytingar skulu setast í gildi fyri Føroyar, verður viðgjørdur sum eitt sjávstøðugt mál seinni. Í 2012 varð danska sjólógin broytt soleiðis, at eitt nýtt kapittul 8a um ábyrgd fyri at burturbeina vrak varð sett inn í sjólógina. Spurningurin, hvørt hesar broytingar skulu setast í gildi fyri Føroyar, verður viðgjørdur sum eitt sjávstøðugt mál seinni. Niðan fyri verður greitt frá høvuðsbroytingunum, sum fylgja av, at sjólógin frá 1994, við seinni broytingum, verður sett í gildi fyri Føroyar. Lógarinnar kapittul 1-3 um skipaskráseting og um pant Kap. 1 og kap. 2 í sjólógini snúgva seg um skipaskráseting og verða tí ikki settir í gildi fyri Føroyar. Økið skráseting av skipum er yvirtikið málsøki, og verður hetta ásett við løgtingslóg. Kap. 3 í sjólógini snýr seg um at skráseta pant í skipum og um sjópant. Tann parturin av kap. 3 ( 47-50a), sum snýr seg um pant, verður ikki settur í gildi fyri Føroyar, tí reglur um pant í skipum eru ásettar í løgtingslóg nr. 9 frá 5. mars 1970 um skráseting av skipum. Parturin av kap. 3 ( 51-77), sum snýr seg um sjópant og onnur rættindi í skipi, verður settur í gildi fyri Føroyar. Hesar reglur samsvara í stóran mun við tær reglur, sum í dag eru í galdandi sjólóg fyri Føroyar. Einasta broyting er, at tað nú í 56 verður ásett, at ymiskt tilhoyr sambært 48 í løgtingslóg um skráseting av skipum eisini er fevnt av sjópantirætti í skipum. Lógarinnar kapittul 4 um arrest í skipum Í galdandi sjólóg fyri Føroyar eru ongar ásetingar um at fremja lóghald (arrest) í skipum, ið eru reglur um rættin at halda skipi aftur, inntil reiðarin hevur veitt eina hóskandi trygd fyri rindan av sjórættarkrøvum. Í Føroyum eru tað í dag vanligu reglurnar í rættargangslógini, sum eru galdandi í sambandi við at fremja lóghald. Reglur um at fremja lóghald í skipum eru ásettar í donsku sjólógini og verða við hesum uppskoti somuleiðis settar í gildi fyri Føroyar. Hetta hevur við sær, at tað verður nærri ásett í sjólógini, hvørji sjórættarkrøv kunnu verða grundarlag fyri, at lóghald kann verða framt. Tó skal verða viðmerkt, at hesar reglur í sólógini ikki koma í gildi beinanvegin, tí neyðugt er at gera broytingar í rættargangslógini, áðrenn reglurnar um arrest fáa gildi. Eitt nú verður í galdandi rættargangslóg fyri Føroyar víst til sjólógina frá 1892, og tí er neyðugt at broyta rættargangslógina, áðrenn hesar reglur fáa gildi. Gildiskoman av reglunum um at fremja lóghald verður ásett seinni við kongligari fyriskipan. Tá reglurnar um arrest koma í gildi eru tær í samsvari við altjóða sáttmálan um arrest í skipum frá 1952. Ein nýggjari arrestsáttmáli er gjørdur í 1999, men hesin er ikki settur í gildi enn við danskari lóggávu. Lógarinnar kapittul 5 um partsreiðarí Í mun til reglurnar í galdandi sjólóg fyri Føroyar, er ikki talan um stórvegis broytingar. Reglurnar verða tillagaðar soleiðis, at víst verður til viðkomandi føroyska lóggávu. Lógarinnar kapittul 6 um skipsføraran Í mun til reglurnar í galdandi sjólóg fyri Føroyar, er ikki talan um stórvegis broytingar. Reglurnar verða tillagaðar soleiðis, at víst verður til viðkomandi føroyska lóggávu. Lógarinnar kapittul 7 og 8 reglur um ábyrgd Reglurnar um arbeiðsgevaraábyrgd og ábyrgd av skaða í sambandi við samanstoyt verða tær somu, sum eftir galdandi sjólóg fyri Føroyar. 4/17

Lógarinnar kapittul 9 um ábyrgdaravmarking eftir reglunum í Londonsáttmálanum frá 1976, sum broyttur við 1996-protokollini. Broytingar verða í reglunum um avmarking av ábyrgd reiðarans o.ø. í sambandi við skaðar, orsakað av vanlukkum til sjós í mun til tær reglur, sum eru í gildi í dag. Tá ið krav um endurgjald verður sett fram móti reiðara, eigara av skipi, sum ikki er reiðari, brúkara av skipi v.m., fyri tap m.a. orsakað av skaða, sum hevur havt við sær deyða, skaða á persónar, ting ella tap í sambandi við seinkingar o.a., hevur viðkomandi rætt til at avmarka sína ábyrgd. Reglurnar fylgja av Londonsáttmálanum um avmarking av ábyrgd fyri sjórættarkrøvum frá 1976 (Globalbegrænsningskonventionen). Reglurnar, sum eru í gildi fyri Føroyar, eru gjørdar við støði í Londonsáttmálanum frá 1976, men síðani hesar vórðu settar í gildi, eru broytingar gjørdar í donsku sjólógini við lov nr. 228 frá 21. apríl 1999. Hesar broytingar vórðu gjørdar við støði í protokollini frá 1996 frá altjóða sjóferðslufelagsskapinum IMO, ið hevði við sær, at upphæddirnar fyri, hvussu nógv reiðarin o.o. kunnu avmarka sína ábyrgd, vórðu munandi hækkaðar. Endamálið var at betra um møguleikarnar hjá tí, sum hevur verið fyri skaða, at fáa fulna fyri sínum kravi um endurgjald. Við fyriliggjandi uppskoti verða reglurnar, sum fylgja av lov nr. 228 af 21. april 1999, settar í gildi fyri Føroyar. Víst verður annars til viðmerkingarnar til lov nr. 228 fra 21. april 1999, sí fylgiskjal nr. 6. Lógarinnar kapittul 9a um ábyrgd av dálkingarskaða, orsakað av bunkersolju Løgtingið samtykti í desember 2009, at landsstýrið kundi taka stig til, at altjóða sáttmálin frá 23. mars 2001 um borgararættarliga ábyrgd av dálkingarskaðum frá bunkersolju (Bunkerssáttmálin) verður settur í gildi fyri Føroyar. Bunkerssáttmálin hevur til endamáls at tryggja, at nøktandi peningur altíð er tøkur, skjótt og munadygt, um umhvørvisskaðar standast av bunkringsolju frá skipum, og harvið at betra um møguleikarnar fyri endurgjaldi í sambandi við dálkingarskaðar. Altjóða sjóferðslufelagsskapurin International Maritime Organization IMO samtykti sáttmálan í 2001, og vórðu reglurnar í sjólógini um ábyrgd av dálkingarskaða, orsakað av bunkersolju, settar í gildi í Danmark í november 2008. Tá ið sáttmálin varð staðfestur, varð tikið fyrivarni fyri Føroyum. Reglurnar um ábyrgd av dálkingarskaða orsakað av bunkersolju, hava við sær betri møguleika fyri at fáa endurgjald í sambandi við dálkingaróhapp, og eru hesar reglur eitt tíðarhóskandi og neyðugt ískoyti til reglurnar í kap. 10 í fyriliggjandi uppskoti um ábyrgd í sambandi við flutning av tungari og dálkandi olju. Sambært kap. 9a í fyriliggjandi uppskoti skulu øll skip oman fyri 1.000 BT hava eitt sertifikat, sum prógv fyri, at skipið hevur kravda trygging ímóti skaðum frá bunkersolju. Tá ið hesar reglur verða settar í gildi fyri Føroyar, skulu øll føroyskt skrásett skip oman fyri 1.000 BT hava kravdu tryggingina fyri at kunna sigla. Útlendsk skip, sum ynskja at koma í føroyska havn, skulu kunna prógva, at tey hava hesa trygging. Reiðarin o.o. kunnu avmarka sína ábyrgd eftir reglunum í kap. 9. 5/17

Reglurnar í kap. 9a eru galdandi í sambandi við dálkingarskaðar, orsakað av bunkersolju innan fyri 200 fjórðinga sjómarkið, ella tað serbúskaparøki (EEZ), sum kemur í staðin fyri sjómarkið. Hóast hesar reglur um ábyrgd av dálkingarskaða, orsakað av bunkersolju, ikki eru í gildi í Føroyum, hava føroysk skip, sum sigla í fremmandum sjóøki, har hesar reglur galda, longu kravdu tryggingina og kravda sertifikatið, ið Søfartsstyrelsen í løtuni útflýggjar føroyskum skipum, sum biðja um hetta. Ætlanin er at seta í gildi fyri Føroyar Bekendtgørelse om certifikater til bekræftelse af forsikring eller anden garanti til dækning af det civilretlige ansvar for forureningsskader forårsaget af bunkersolie fra skibe BEK nr. 838 af 18/08/2008 við nærri tillagingum til serlig føroysk viðurskifti. Víst verður annars til viðmerkingarnar til lov nr. 599 af 24. juni 2005, sí viðlagda fylgiskjal nr. 8. Lógarinnar kapittul 10 um ábyrgd fyri oljuskaðar eftir 1992-ansvarskonventionen, 1992- fondskonventionen og 2003-fondsprotokollen Reglurnar samsvara í høvuðsheitum við tær reglur, sum hava verið galdandi, síðani fyrivarni fyri nevndu sáttmálum var tikið av tann 19. juni 2006. Eftir hesum kapitli skulu skip, sum føra oman fyri 2000 t av olju í bulk í last, hava sertifikat, sum váttan fyri, at kravd trygging er teknað. Lógarinnar kapittul 11 um at tekna trygging fyri leiguskrásett skip í føroyskari skipaskrá (bareboat) Ongar reglur eru í galdandi sjólóg, sum áseta eina skyldu til at tekna trygging, at hava sertifikat, sum fyriskrivað í kap. 9a og kap. 10, og um endurgjaldsábyrgd orsakað av skaðum, ið hesi skip gera. Við hesum uppskoti verða reglur settar í gildi fyri Føroyar, sum áseta, at tann, ið leigar skipið, hevur ábyrgdina av, at viðurskiftini viðvíkjandi trygging og sertifikati eru, sum ásett í sjólógini. Lógarinnar kapittul 12 um begrænsningsfonde Reglurnar samsvara við tær reglur, sum eru galdandi í dag. Lógarinnar kapittul 13 um stykkjafarmaflutning Við donsku sjólógini frá 1994 vórðu hesar reglurnar broyttar. Í Føroyum eru tað framvegis tær gomlu reglurnar um stykkjafarmaflutning, sum eru galdandi á hesum øki. Tá ið arbeitt varð við at nútímansgera reglurnar í sambandi við donsku sjólógina frá 1994, og somuleiðis í sambandi við seinni broytingar, varð hetta gjørt í tøttum samstarvi við hini Norðurlondini. Reglurnar byggja á Haag-Visby reglurnar frá 1968, men undantøk eru ásett fyri at laga reglurnar til tær nýggjaru Hamburg-reglurnar frá 1978, uttan at hetta samstundis skuldi gera tað neyðugt at siga upp Haag-Visby reglurnar. Ásetingarnar regulera rættindi og skyldur hjá avsendara, móttakara og flutningsfyritøku, tá ið talan er um flutning av stykkjafarmi, og um endurgjaldsábyrgd, orsakað av tapi í hesum sambandi eitt nú, tá ið farmurin verður burtur, skaði kemur á farmin ella í sambandi við seinkingar, sum íkoma, meðan farmurin er í varðveitslu hjá flutningsfyritøkuni. Eftir galdandi sjólóg fyri Føroyar, eru reglurnar um stykkjafarmaflutning og um farmaflutning annars (heil- ella deilflutning t.e. avtala verður gjørd um alla lastina ella ein part av lastini hjá einum skipi) saman í einum kapitli. 6/17

Tá ið nýggj sjólóg varð sett í gildi í Danmark í 1994, vórðu hesar reglur skildar sundur, tí hetta varð mett at gera tað greiðari, hvørjar reglur galda fyri hvørt slagi av flutningi. Víst verður annars til viðmerkingarnar til Forslag til sølov, fremsat den 15. december 1993, sí fylgiskjal nr 1. Lógarinnar kapittul 14 um farmaflutning (befragtning) Reglurnar eru gjøgnumgangandi broyttar í sambandi við, at nýggj sjólóg varð sett í gildi í Danmark í 1994, sí viðmerkingarnar oman fyri til kap. 13 um stykkjafarmaflutning. Víst verður til Forslag til sølov, fremsat den 15. december 1993, sí fylgiskjal nr 1. Meðan flutningsavtalan eftir hesum kapitli er fyri flutning við skipi, er flutningsavtalan eftir kap. 13 fyri flutning av farmi. Lógarinnar kapittul 15 um flutning av ferðafólki og ferðagóðsi Í hesum kapitli eru ásettar reglur um flutning av ferðafólki, undir hesum um ábyrgdargrundarlag og ábyrgdaravmarking v.m. Reglurnar byggja í stóran mun á Athen-sáttmálan frá 1976, og eru tær stórt sæð tær somu sum í galdandi sjólóg fyri Føroyar. Við hesum uppskoti verða upphæddirnar í 422 í sambandi við endurgjaldsábyrgd, orsakað av eitt nú persónsskaða hjá ferðafólki, fyri tap orsakað av skaða á viðføri, at viðføri er mist burtur, ella er seinkað v.m., hækkaðar. Hækking í upphæddunum í 422 er gjørd, fyri at hesar kunnu samsvara við upphæddirnar í 1990-protokollini til Athen-sáttmálan frá 1976. Víst verður til viðmerkingarnar til lov nr. 170 af 16. marts 1994, sí skjal nr.1. Lógarinnar kapittul 16 um bjarging Galdandi reglur í donsku sjólógini byggja á Bjærgningskonventionen frá 1989, meðan reglurnar í sjólógini fyri Føroyar byggja á Bjærgningskonventionen frá 1910. Ein meginregla í sáttmálanum frá 1989 er, at bjargingarlønin skal ásetast við tí endamáli, at bjargarar generelt skulu eggjast til at fara undir bjargingaratgerðir, sum hava til endamáls at verja umhvørvið. Í reglunum eru ásetingar um ábyrgd partanna, meginreglan um no cure - no pay, um útrokning, um at býta bjargingarlønina og um serligt viðurgjald fyri at steðga einum umhvørvisskaða. Víst verður til lov nr. 170 frá 16. marts 1994, sí skjal nr. 1. Lógarinnar kapittul 17 um havarí Reglurnar í galdandi uppskoti eru stórt sæð tær somu, sum í galdandi sjólóg fyri Føroyar. Í 461 verður tað eftir hesum uppskoti víst til York-Antwerpen reglurnar frá 1990. Í galdandi lóg fyri Føroyar verður víst til York-Antwerpen reglurnar frá 1950. York-Antwerpen reglurnar eru altjóða samtyktar reglur, sum áseta, hvørjir skaðar, tap og útreiðslur annars skulu roknast við í sambandi við havarí. York-Antwerpen reglurnar frá 1990 verða nú nýttar altjóða í sambandi við havarí. Lógarinnar kapittul 18 um skipsbøkur og sjófrágreiðing Heimild er í løgtingslógini um trygd á sjónum at áseta nærri reglur um skipsbøkur, og tískil verður ásetingin í 471 í donsku sjólógini ikki sett í gildi fyri Føroyar. Ístaðin verða reglur um skipsbøkur ásettar við heimild í løgtingslógini um trygd á sjónum. Galdandi reglur um skipsbøkur verða tó galdandi, til nýggjar reglur verða ásettar við heimild í løgtingslógini um trygd á sjónum. 7/17

Eftir sjólógini, galdandi fyri Føroyar, er sjófrágreiðing eitt krav, meðan sjófrágreiðing eftir fyriliggjandi uppskoti verður sjálvkravd. Harumframt verður tað eitt krav, at tann, sum krevur sjófrágreiðing, hevur ein munandi rættarligan áhuga í málinum. Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur verið í samband við Sjóvinnustýrið og við Sorinskrivaran um spurningin, hvørt skipanin viðvíkjandi sjófrágreiðing eigur at vera hin sama, sum tann, ið er galdandi eftir galdandi sjólóg í Danmark. Tilmæli hjá báðum stovnum er, at skipanin verður hin sama sum í Danmark. Víst verður annars til viðmerkingarnar í lov nr. 106 af 2001, sí skjal nr 8. Tá fylgibroytingarnar eru gjørdar í rættargangslógini, verður gildiskoman av reglunum um sjófrágreiðing ásett við kongligari fyriskipan. Orsøkin til, at nýggju reglurnar um sjófrágreiðing ikki koma í gildi beinanvegin, er, at neyðugt er at gera broyting í rættargangslógini fyri Føroyar, áðrenn reglurnar kunnu koma í gildi. Lógarinnar kapittul 19 fyrning Reglurnar um fyrning eru stórt sæð tær somu, sum í galdandi lóg. Í 291, stk. 1, nr. 9 í galdandi sjólóg fyri Føroyar verður víst til skeiva grein. Hesin feilur verður rættaður við hesum uppskoti. Í mun til galdandi 291, stk. 1, nr. 1 verður í 501, stk. 1, nr. 1 sett inn eller særligt vederlag. Henda broyting er nærri lýst í viðmerkingunum til lov nr. 205 fra 29.marts 1995, sí fylgiskjal nr. 2. Í donsku sjólógini eru broytingar gjørdar í fyrningareglunum, sum fylgja av, at nýggj lov om forældelse af fordringer er sett í gildi í Danmark. Lagt er upp fyri, at gomlu fyrningarreglurnar framvegis eru í gildi í Føroyum. Reglurnar í 502 um fyrning av krøvum m.a. sambært reglunum um endurgjald fyri dálkingarskaðar, eitt nú frá bunkersolju, hava ikki verið í gildi fyri Føroyar áður. Víst verður til viðmerkingarnar til lov nr. 599 af 24. juni 2005, sí fylgiskjal nr. 8. Lógarinnar kapittul 21 um revsing Reglurnar eru í høvuðsheitum tær somu sum í galdandi sjólóg. Broytingar eru gjørdar í ásetingunum 507, 510, stk. 1 og 3, 511 og 512 í mun til somu ásetingar í galdandi lóg orsakað av, at hefti varð avtikið sum revsing í 2001. Revsingin varð eftir hetta ásett til at verða í upp til 4 mánaðar fongsul. Víst verður í hesum sambandi til viðmerkingarnar til lov nr. 106 af 13. februar 2001, sí skjal nr.7. Lógarinnar kapittul 22 um øki lógarinnar og gildiskoma Ásett er, at Søfartsstyrelsen hevur eftirlit við, at ávísar ásetingar í lógini verða hildnar. Ásett er í 516, at í teimum førum, har Erhvervs- og vækstministarin leggur sínar heimildir sambært lógini til Søfartsstyrelsen, kann hann áseta reglur um kæru, undir hesum at kæra ikki kann leggjast fyri annan fyrisitingarligan myndugleika. Kongliga fyriskipanin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd í Kunngerðablaðnum. Tó verður tað ásett við kongligari fyriskipan seinni, nær reglurnar um arrest og um sjóforhoyr koma í gildi. Reglurnar um arrest og um sjóforhoyr sambært galdandi lóggávu vera tí framhaldandi í gildi, inntil tær nýggju reglurnar verða settar í gildi. Sum greitt frá aðrastaðni verður bíðað eftir, at rættargangslógin fyri Føroyar verður broytt. Ummæli 8/17

Uppskotið hevur verið til hoyringar hjá Reiðarafelagnum fyri Farmaskip, Føroya Reiðarafelag, Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Maskinmeistarafelagnum, Føroya Fiskimannafelag, Vinnuhúsinum, Sjóvinnustýrinum, Løgmansskrivstovuni, Fiskimálaráðnum, Advokatfelagnum, Sorinskrivaranum, TF-Holding, Trygd, Føroya Landfúta og Mentamálaráðnum. Reiðarafelagið fyri Farmaskip og Mentamálaráðið hava svarað, at tey ongar viðmerkingar hava til ríkislógartilmælið, sí skjal 17 og skjal 18. Løgmansskrivstovan, Føroya Reiðarafelag, Maskinmeistarafelagið, Advokatfelagið, Sorinskrivarin, og Trygd hava ikki svarað hoyringsskrivinum. Føroya Landfúti hevur svarað, at tað eigur at verða umhugsað at áseta, at mál um revsing eftir 514b verða viðgjørd sum løgreglumál, heldur enn statsadvokatmál. Hetta verður grundgivið við, at føroyska rættargangslógin enn ger skilnað millum løgreglu og statsadvokatmál, meðan hetta er broytt í donsku rættargangslógini. Uttanríkis- og vinnumálaráðið metir, at tað er rættast at fáa hesa broyting við, tá ið rættargangslógin skal broytast, orsakað av sjólógini. Í hesum sambandi eigur ein áseting líknandi teirri í 719 í donsku rættargangslógini, at verða gjørd í føroysku rættargangslógini. Sambært ásetingini verður tað fútin, sum reisir ákæru í øllum málum, har einki annað er ásett sambært rættargangslógini. Broytingar í rættargangslógini taka ofta tíð, tí málini skulu viðgerast í Fólkatinginum. Kemur nýggja sjólógin í gildi, áðrenn broytingin er gjørd í rættargangslógini, so verða mál um revsing sambært 514b í eini skiftistíð viðgjørd sum statsadvokatmál. Svarið frá Føroya Landfúta er hjálagt sum skjal 19. Tryggingarfelagið Føroyar tekur undir við, at sjólógin verður dagførd, men ger samstundis vart við, at nýggja lógin leggur upp til at hækka upphæddirnar um avmarking av ábyrgd munandi. Hetta kann verða til gagns fyri skadda, tá ið talan er um stórar skaðar. Men hetta merkir eisini, at skaðavoldarin og tryggingarfelagið hjá hesum skulu rinda størri endurgjøld fyri stórar skaðar. Hetta kann møguliga hava við sær hægri tryggingargjøld. Harumframt kann ásetingin í nýggju lógini um, at nú krevst sertifikat fyri trygging vegna ábyrgd av samanstoyti hjá skipum oman fyri 300 BT, møguliga merkja hækking av tryggingargjøldunum. Ikki tí at tryggingin ikki er har frammanundan, men tí at Søfartsstyrelsen kann krevja umfatandi skjalprógv frá tryggingarfeløgunum, sum veita hesar tryggingar. Hetta fer møguliga at krevja meira umsiting og ein kostnað fyri Tryggingarfelagið Føroyar. Svarið frá Tryggingarfelagnum Føroyum er hjálagt sum skjal 20. Fiskimálaráðið vísir á, at tað í ríkislógartilmælinum stendur, at galdandi reglur um skipsbøkur vera galdandi, til nýggjar verða ásettar við heimild í løgtingslóg um trygd á sjónum, og ger vart við, at ongar skiftisreglur eru ásettar um skipsbøkur, nú 300 í galdandi sjólóg, sum heimilar at áseta nærri reglur um skipsbøkur, verður sett úr gildi. Uppskotið er broytt samsvarandi viðmerking Fiskimálaráðsins. Fiskimálaráðið heldur harnæst, at tað eigur at framganga av uppskotinum, hvørjir landsmyndugleikar koma at hava eftirlitsuppgávur sambært lógini. 9/17

Sambært stýrsskipanarlógini er tað løgmaður, sum býtir málsøkini millum landsstýrisfólkini. At áseta í lógini, hvørjir ávísir landsstovnar, skulu hava fyrisitingarligar uppgávur sambært lógini, kann vera óskynsamt, sæð í mun til møguleikan hjá løgmanni at skipa almennu umsitingina so skynsamt, sum yvirhøvur tilber. Svarið frá Fiskimálaráðnum er hjálagt sum skjal 21. Føroya Fiskimannafelag heldur, at tað eigur at verða sett í lógina, at allir arbeiðsskaðar verða fráboðaðir. Til hetta er at siga, at hesi viðurskifti eru regulerað í arbeiðsskaðatryggingarlógini. Í kap. 5 í arbeiðsskaðatryggingarlógini eru reglur um fráboðanarfreistir, tey fráboðanarskyldugu og mannagongd í sambandi við fráboðan um arbeiðsskaða. Svarið frá Fiskimannafelagnum er hjálagt sum skjal 22. Føroya Skipara- og Navigatørfelag vísir á, at felagið í høvuðsheitum bert hevur viðgjørt teir partar av uppskotinum, sum hava við rættindini hjá limum felagsins at gera. Samanumtikið tekur felagið undir við teimum broytingunum, sum eru viðvíkjandi sjóveðrætti og um at fremja lóghald. Felagið vísir á týdningin av, at broytingarnar í rættargangslógini, sum viðvíkja hesum málinum verða framdar sum skjótast soleiðis, at rættarstøðan í Føroyum verður tann sama sum í grannalondum okkara. Svarið frá Føroya Skipara og Navigatørfelag er hjálagt sum skjal 23. Kapittul 2. Avleiðingarnar av lógaruppskotinum 1. Fíggjarligar avleiðingar fyri land og kommunur Uppskotið hevur ongar negativar fíggjarligar avleiðingar fyri land og kommunur. Hinvegin, so kann uppskotið fáa positivar avleiðingar, tí tað gerst lættari hjá landi og kommunum at fáa endurgjald, eitt nú í sambandi við dálkingarskaðar orsakað av bunkersolju. Eisini í førum, har tað almenna ella kommunur hava endurgjaldskrav móti reiðara í sambandi við skipsvanlukkur, verða møguleikarnir at fáa fult endurgjald fyri skaða á persónar, ting o.a., betraðir, tí mørkini fyri ábyrgdaravmarking reiðarans verða hækkað. 2. Umsitingarligar avleiðingar fyri land og kommunur Uppskotið hevur ikki umsitingarligar avleiðingar fyri landið og kommunur. 3. Avleiðingar fyri vinnuna Mett verður, at uppskotið hevur fíggjarligar og umsitingarligar avleiðingar fyri vinnuna, tí fleiri tryggingar skulu teknast og sertifikat útskrivast. Hetta hevur hægri útreiðslur við sær til tryggingar. Hinvegin hevur kravið um fleiri tryggingar og hækking av endurgjaldsupphæddum við sær, at møguleikin hjá skadda, herundir eisini vinnuni, at fáa endurgjald betrast. 4. Avleiðingar fyri umhvørvið Uppskotið hevur við sær positivar avleiðingar fyri umhvørvið, tí møguleikarnir fyri at fáa endurgjald fyri avleiðingar av dálkingarskaðum verða betraðir. 5. Avleiðingar fyri sertøk øki í landinum Uppskotið hevur ikki nakrar serligar fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum. 10/17

6. Avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir Uppskotið hevur ikki avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir. 7. Millumtjóðasáttmálar á økinum Tá ið sjólógin er dagførd samsvarandi hesum uppskoti, liva Føroyar upp til hesar millumtjóða sáttmálar: Arrestkoventiónina frá 1952, Globalbegrænsningskonventiónina frá 1976 og protokollina frá 1996, Bunkerskonventiónina frá 2001, Bjærgningskonventiónina frá 1989, Internationale olieansvarskonventiónina frá 1992 og 2003 fondsprotokollina. Dagføring av lóggávuni samsvarandi hesum altjóða sáttmálum hevur við sær, at tann í Føroyum galdandi lóggáva á økinum verður í samsvari við lóggávuna í m.a. hinum Norðurlondunum. Viðvíkjandi avleiðingum fyri landið, kommunur, ávís øki í landinum, ávísar samfelagsbólkar ella vinnuna verður víst til viðmerkingarnar í teigunum omanfyri um hetta sama. 8. Tvørgangandi millumtjóðasáttmálar Mett verður ikki, at uppskotið hevur týdning fyri viðurskifti viðvíkjandi: 1) Evropeiska mannarættindasáttmálanum 2) Sáttmála Sameindu Tjóða um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek 9. Marknaðarforðingar Ongar kendar marknaðarforðingar eru á økinum, og mett verður ikki, at uppskotið kann elva til marknaðarforðingar. 10. Revsing, útpanting, sektir ella onnur størri inntriv Viðkomandi persónar kunnu eftir uppskotinum verða revsaðir við bót og upp í 2 ára fongsul. Skipsførarin, stýrimaður, maskinstjóri, maskinmeistari og radiofjarritarin kunnu verða revsaðir við bót, um teir ikki yvirhalda sínar skyldir eftir uppskotinum. Eisini kann reiðari verða revsaður við bót. Fyri brot á upplýsingarskylduna sambært 202 í uppskotinum kunnu tey, sum innflyta olju til landið, verða revsað við bót ella fongsul í upp til 1 ár, og í upp til 2 ára fongsul, um brotið er framt tilætlað ella av grovum ósketni. Viðvíkjandi nærri útgreining um revsiásetingarnar verður víst til viðmerkingarnar til kongligu fyriskipanina. Heimild er í kongligu fyriskipanini at fremja lóghald í skipum, t.e. reglur um rættin at halda skipi aftur, inntil reiðarin hevur veitt eina hóskandi trygd fyri rindan av sjórættarkrøvum. Viðvíkjandi nærri útgreining um hesar reglur verður víst til s. 3 í fylgiskjali 2. Heimild er í kongligu fyriskipanini at nokta skipum at koma í havn og at fara úr havn, um t.d. vandi er fyri dálkingarskaða frá skipinum, ella skipið ikki hevur kravda trygging og sertifikat. 11. Skattir og avgjøld Uppskotið inniheldur ikki ásetingar um skatt og avgjøld. 12. Gjøld Heimild er í uppskotinum fyri at áseta reglur um gjøld fyri, at avvarðandi myndugleikar geva út lógarkravd sertifikat, herundir gjald fyri útgávu av sertifikatum um, at trygging er teknað móti dálkingarskaðum frá bunkersolju, og trygging er teknað móti øðrum oljudálkingarskaðum. Tað er Erhvers- og vækstministeren, sum hevur heimild til at áseta reglurnar um gjøld í bekendtgørelse, sum verður lýst í Kunngerðablaðnum. 11/17

13. Áleggur uppskotið fólki skyldur? Skipini skulu mótvegis avvarðandi myndugleikum kunna prógva, at tey hava kravd sertifikat, sum prógv fyri, at tey hava teknað kravdu tryggingarnar eftir uppskotinum. 14. Leggur lógaruppskotið heimildir til landsstýrismannin, ein annan enn landsstýrismannin, ella til kommunur? Uppskotið leggur ikki heimildir til annan landsstýrismann ella til kommunur. 15. Gevur lógaruppskotið almennum myndugleikum atgongd til privata ogn? Uppskotið hevur ongar avleiðingar í hesum sambandi. 16. Hevur lógaruppskotið aðrar avleiðingar? Mett verður ikki, at uppskotið hevur aðrar avleiðingar enn greitt frá omanfyri. 17. Yvirlit yvir avleiðingarnar av uppskotinum Fíggjarligar ella búskaparligar avleiðingar Umsitingarligar avleiðingar Fyri landið ella landsmyndugleikar Fyri kommunalar myndugleikar Fyri pláss ella øki í landinum Fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir Fyri vinnuna Ja Ja Nei Nei Ja Nei Nei Nei Nei Ja Umhvørvisligar avleiðingar Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur Ja Ja Nei Nei Ja Ja Nei Nei Nei Nei Sosialar avleiðingar ////////////////////////////////////////////////// Nei Nei /////////////////////// 12/17

Kapittul 3. Serligar viðmerkingar Broytingarnar í teimum lógunum, sum ætlanin er at seta í gildi fyri Føroyar við hjálagda uppskoti til kongliga fyriskipan, skulu tulkast sambært viðmerkingunum (teimum almennu og teimum serligu) til upprunauppskotini til oman fyri nevndu lógir, sum eru hjáløgd sum fylgiskjøl til hetta ríkislógartilmæli. Tað kemur fyri, at ein áseting er broytt meira enn eina ferð. Tá eru tað viðmerkingarnar til tær seinastu broytingarnar, sum eru viðkomandi. Afturat viðmerkingunum til oman fyri nevndu donsku broytingarlógir, verða niðan fyri gjørdar einstakar aðrar serligar viðmerkingar: Til kapittul 1, kapittul 2 og partar av kapitli 3 ( 47-50a) Reglurnar verða ikki settar í gildi fyri Føroyar, tí talan er um yvirtikið málsøki. Til 142 Ístaðin fyri orðingina sømandslovens 8 stendur í sjólógini fyri Føroyar 8 i løgtingslóg um sjómenn. Til 155, stk. 5. Víst verður til løgtingslóg um kolvetnisvirksemi í staðin fyri offshoresikkerhedsloven. Til 179, stk. 1, 3. pkt. Ístaðin fyri orðingina Retsplejelovens kapitel 53 finder i øvrigt anvendelse stendur í sjólógini fyri Føroyar Kap. 53 i lov for Færøerne om rettens pleje finder i øvrigt anvendelse. Til 180, stk. 2 Ístaðin fyri orðingina retsplejeloven stendur í sjólógini fyri Føroyar lov for Færøerne om rettens pleje. Til 181, stk. 2 Ístaðin fyri lov om visse havanlæg stendur í sjólógini fyri Føroyar løgtingslóg um kolvetnisvirksemi. Til 198, stk. 2 Ístaðin fyri ejerregistreret i Danmark stendur í sjólógini fyri Føroyar ejerregistreret på Færøerne. Til 203, stk. 1 Aftaná orðingina dansk eksklusive økonomisk zone er skoytt uppí: eller på det område, hvor der på Færøerne kan etableres en eksklusiv økonomisk zone. Til 206, stk. 1 og 2 Aftaná orðingina eksklusive økonomiske zoner er skoytt er uppí: eller på det område, hvor der på Færøerne kan etableres en eksklusiv økonomisk zone. Til 206, stk. 4 Ásetingin verður ikki sett í gildi fyri Føroyar, tí eingin áseting er í løgtingslógini um verju av havumhvørvinum, sum samsvarar við ásetingina í 47c í lov om beskyttelse af havmiljøet. Til 207 13/17

Aftaná orðingina hvor der her i riget er skoytt uppí: eller på det område, hvor der på Færøerne kan etableres en eksklusiv økonomisk zone. Til 229 a Aftaná orðingina lov om Dansk Internationalt Skibsregister er skoytt uppí: eller i det færøske bareboatregister i medfør af lagtingslov um Føroyska Altjóða Skipaskrá. Til 235 Ístaðin fyri Statstidende stendur í sjólógini fyri Føroyar i det på Færøerne til offentlige bekendtgørelser gældende blad. Til 242 Ístaðin fyri retsplejelovens regler stendur í sjólógini fyri Føroyar i lov for Færøerne om rettens pleje om borgerlige sager. Til 429, stk. 3 Verður ikki sett í gildi fyri Føroyar, tí Lov om Bruxelles I-forordningen eller lov om EFdomskonventionen eru ikki sett í gildi fyri Føroyar. Til 454 Í sjólógini fyri Føroyar verður sum stk. 2 ásett: Bestemmelsen i stk. 1 gælder tilsvarende for bjærgning udført af et fartøj tilhørende det færøske landsstyre. Harvið koma reglurnar í 451 um bjargingarløn eisini at galda fyri skip hjá landinum. Til 471 Verður ikki sett í gildi fyri Føroyar, tí reglurnar um skipsbøkur verða ásettar við heimild í løgtingslógini um trygd á sjónum. Til 474, stk. 2, nr. 2 Aftaná orðingina i den eksklusiv økonomiske zone er skoytt uppí: eller det område, hvor der på Færøerne kan etableres en eksklusiv økonomisk zone. Til 474, stk. 2, nr. 3 Aftaná orðingina såfremt begæring herom fremsættes af er skoytt uppí: Sjóvinnustýrið. Til 475, stk. 1 Sum 1. pkt. er sett inn: Begæring om søforklaring på Færøerne indgives til Retten på Færøerne Til 475, stk. 4 Ásetingin er tillagað: Begæring om søforklaring andet sted end Retten på Færøerne eller i andre lande end Danmark, Finland, Norge eller Sverige fremsat af erhvervs- og vækstministeren, de færøske myndigheder, rederen eller skibsføreren indgives til en dansk udenrigsrepræsentation, jf. 476, stk. 2. Begæring fremsat af andre indgives til Retten på Færøerne. Til 476, stk. 1 Sum 2. pkt er skoytt uppí: På Færøerne afholdes søforklaring for Retten på Færøerne. Til 477, stk. 3 Ásetingin er tillagað: Retten giver Sjóvinnustýrið, Søfartsstyrelsen, Den Maritime Havarikommission og landfogeden (politimesteren) på Færøerne meddelelse om begæringen om afholdelse af søforklaringen. 14/17

Tá ið sjófrágreiðing verður hildin í Føroyum er tað Sjóvinnustýrið, sum luttekur umboðandi myndugleikarnar. Til 478, stk. 1 Ístaðin fyri retsplejeloven stendur í sjólógini fyri Føroyar lov for Færøerne om rettens pleje. Til 478, stk. 2 Ístaðin fyri retsplejelovens kap. 18 stendur í sjólógini fyri Føroyar kapitel 18 i lov for Færøerne om rettens pleje. Til 479, stk. 2 Aftaná orðið hvis er skoytt uppí Sjóvinnustýrið. Til 479, stk. 3 Ístaðin fyri retsplejelovens kap. 2 stendur í sjólógini fyri Føroyar kap. 2 i lov for Færøerne om rettens pleje. Til 480, stk. 1 Ístaðin fyri i Danmark stendur í sjólógini fyri Føroyar på Færøerne. Til 480, stk. 3 Ístaðin fyri Søfartsstyrelsen stendur í sjólógini fyri Føroyar de færøske myndigheder. Til 484, stk. 1 Ístaðin fyri retsplejelovens kap. 37 stendur í sjólógini fyri Føroyar i lov for Færøerne om rettens pleje kap. 37. Til 501, stk. 5, 3. pkt. Ásetingin verður ikki sett í gildi fyri Føroyar, tí galdandi reglur í Føroyum um fyrning eru ikki broyttar, og hendan ásetingin í donsku sjólógini er sett í gildi sum avleiðing av, at nýggjar reglur um fyrning eru ásettar í Danmark. Til 514, stk. 1 Ásetingin 10, stk. 1, 12, stk. 1, 13, 14, 16, stk. 1, 19, 25, stk. 1 og 2 verður ikki sett í gildi fyri Føroyar, tí ásetingarnar, sum víst verður til, snúgva seg um skipaskrásetingarviðurskifti, sum er yvirtikið málsøki. Til 514, stk. 2, 3 og 4 Ásetingarnar verða ikki settar í gildi fyri Føroyar, tí talan er um revsireglur viðvíkjandi málum um skipaskráseting. Til 515 Ístaðin fyri kap. 5 i straffeloven stendur í sjólógini fyri Føroyar kap. 5 i lov for Færøerne om straffeloven. Til 515c Í galdandi sjólóg verða hugtøkini danske skibe og danske havne nýtt. Hetta verður endurtikið í uppskotinum; men nú verður harumframt ásett í 515c, at sambært lógini skal Danmark og dansk eisini skiljast sum Færøerne og færøsk. 15/17

Skjøl sum fáa lógargildi: Skjal 1: Anordning om ikrafttræden for Færøerne af søloven. Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 7. mars 2016 Poul Michelsen landsstýrismaður / Pól Egholm Fylgiskjøl, sum ikki fáa lógargildi: Skjal 2. Lov nr. 170 af 16. marts 1994. Sølov Skjal 3. Lov nr. 205 af 29. marts 1995 om ændring af søloven Skjal 4. Lov nr. 394 af 22. maj 1996 om ændring af lov om beskyttelse af havmiljøet, lov om skibes sikkerhed m.v. og søloven.( Ændringer som følge af lov om eksklusive økonomiske zoner) Skjal 5. Lov nr. 14 af 13. januar 1997 om ændring af sømandsloven og søloven (Fratrædelsesgodtgørelse, hviletid og Luganokonventionen) Skjal 6. Lov nr. 901 af 16. desember 1998 om ændring af søloven og ophævelse af lov om skibsregistrering (Overførsel af registreringsregler m.v.) Skjal 7. Lov nr. 228 af 21. april 1999 om ændring af søloven (Gennemførelse af 1996- protokollen til Globalbegrænsningskonventionen og olieansvar). Skjal 8. Lov nr. 106 af 13. februar 2001 om ændring af søloven og retsplejeloven. (Søforklaring og erstatning i forbindelse med transport af olie til søs). Skjal 9. Lov nr. 599 af 24. juni 2005 om ændring af søloven (Ansvar for forureningsskade forvoldt af bunkersolie og ansvar for skade opstået i forbindelse med søtransport af farlige og forurenede stoffer). Skjal 10. Lov nr. 526 af 7. juni 2006 om ændring af søloven og forskellige andre love (Digital skibsregistrering, pant, udlæg m.v. i fiskerirettigheder, fordeling af bjærgeløn og skibes hjemsted). Skjal 11. Lov nr. 538 af 8. juni 2006 om ændring af retsplejeloven og forskellige andre love (Politi og domstolsreform). Skjal 12. Lov nr. 349 af 18. april 2007 om ændring af lov om sikkerhed til søs, sømandsloven og søloven (Begrænsning af virksomheders strafansvar, gensidig anerkendelse af dispachører m.v.) Skjal 13. Lov nr. 493 af 12. maj 2010 om ændring af lov om sikkerhed til søs, sømandsloven og forskellige andre love og om ophævelse af lov om forhyring af skibsmandskab (Gennemførelse af konventionen om søfarendes arbejdsforhold, modernisering af bestemmelser om tilsyn, forbud mod spiritussejlads i grønlandske farvand m.v.). Skjal 14. Lov nr. 251 af 30. marts 2011 om ændring af søloven, lov om sikkerhed til søs og sømandsloven. (Pligt til forsikring for søretlige krav, gennemførelse af konventionen om arbejdsforhold i fiskerisektoren m.v.). Skjal 15. Lov nr. 457 af 18. maj 2011 om sikkerhedsundersøgelse af ulykker til søs Skjal 16. Lov nr. 1231 af 18. december 2012 om ændring af forskellige lovbestemmelser om obligatorisk digital kommunikation m.v. (Obligatorisk digital kommunikation og tilpasninger som følge af ressortoverførsel m.v.). 16/17

Skjal 17. Ummæli frá Føroya Fiskimannafelag, dagfest 15. juni 2015. Skjal 18. Ummæli frá Mentamálaráðnum, dagfest 25. juni 2015. Skjal 19. Ummæli frá Reiðarafelagnum fyri Farmaskip, dagfest 10. juli 2015. Skjal 20. Ummæli frá Fiskimálaráðnum, dagfest 13. juli 2015. Skjal 21. Ummæli frá Føroya Landfúta, dagfest 13. juli 2015. Skjal 22. Ummæli frá Tryggingarfelagnum Føroyum, dagfest 14. juni 2015. Skjal 23. Ummæli frá Føroya Skipara og Navigatørfelag, dagfest 10. juli 2015. Skjal 24. Notat frá Søfartsstyrelsen. Skjal 25. Lov nr. 1384 af 23.12.2012. 17/17