Bartal Andersen á Dunganum í Gerðum og havnarmaðurin Magnus hittast

Relaterede dokumenter
Søgan um "Vesturhavið Blíða"

Kirkjuligt Missiónsblað

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál. Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess


Kirkjuligt Missiónsblað

Sigurd fekk medalju fyri sigling í krígstíð í Íslandi

Kirkjuligt Missiónsblað

Ein livandi Kristus til ein doyggjandi heim

Marius smíðar bát í Íslandi. ALS 10 ár. Stór frásøgn frá hátíðarhaldinum. Bjarni Djurholm má steðgast og fiskimonnum má vera tryggjað rættindi.

Um sjónleikir og sjónleikarar á Strondum og eina forkunnuga vitjan í Heygsstøð í 1959

Minni um teir, sum sigldu og teir, sum doyðu undir krígnum Ferðin hjá "Johannu" eitt rimmar tiltak.

Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar

Út á Fagranes, har 7 fiskimenn mistu lívið í 1927

-Tær skal ikki lutast eydnu í verøldini hiðanífrá, Malan! Ein óður maður av Norsku Løvu biður ilt oman yvir Maluna Hanusardóttir í 1708

Kirkjuligt Missiónsblað

Svenskur elitusvimjivenjari

Lívsins salt. Vit hava verið í Ibiza og hugt eftir saltframleiðslu. Neptun og Nólsoy

Kirkjuligt Missiónsblað

Andras á Forunum og Ríki-Rasmus við Sjógv

Sagsøgeren har påstået sagsøgte dømt til at betale kr. med procesrente fra den 26. juni 2003, subsidiært procesrente fra den 22. april 2008.

- Webundersøgelse, Fólkaskúlaráðið, oktober Fólkaskúlaráðið. Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på

Hvussu kunnu vit liva sum trúgvandi í dag?

Framleiðsla av salti

Kirkjuligt Missiónsblað

Klagan til TV2. Hvat kann gerast. Upplivdi illveðrið í 1932, ið beindi fyri formanni í FF. Livravirkið á Eiði. Frásøgn hjá Andrew Godtfred:

Aftaná eitt misálit Tað hjálpir einki bert at seta nýggjan landsstýrismann. Tað, sum ræður um, er ein fullkomilig umskipan av fiskimálaráðnum.

Kvinnurnar við grøvina

Skiparin sum virkaði sum tannlækni

Frágreiðing frá Skipaeftirlitinum um arbeiðsvanlukku umborð á Túgvusteini hin

Jesus biður fyri okkum Joh. 17, 20-26

Hvat hendi við russarunum?

Sólskinssøga á heilsuøkinum

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Altjóða fiskivinnuserfrøðingurin Ben Yami kemur aftur Vænta at fáa íkast til at meta um okkara fiskivinnuskipanir.

Fiskimaðurin sum gjørdist dýnukongur

Men størstur av teimum er kærleikin

Kirkjuligt Missiónsblað

Veiðihagtøl fyri lunda Bergur Olsen og Jens-Kjeld Jensen

Søgan hjá einum krígssiglara. 75 ár liðin síðan sorgarleikin við "Riddaranum" Síða 2. Síða 13. Síða 22

Ársins studentur. Áhugaverd frásøgn frá meslingagrindini, sum var í Gøtu í Vit hava myndir frá grindini, sum ikki fyrr hava verið alment kendar.

Kirkjuligt Missiónsblað

Fólkaheilsukanning Hvussu hevur tú tað 2015

Heilsulýsing Landslæknans

Fiskimaðurin Andrias í Tarti. Vit ynskja honum tillukku og hava 5. part av hansara lívssøgu. M.a. eru vit í barsil hjá Georg L. Samuelsen í 1911.

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland

Mest støðuga fiskavirkið er í Vági

Verkið liðugt hjá Líggjasi

Kirkjuligt Missiónsblað

Bette og handilin á Høvdanum

"Okkara maður" í Sandoynni fyllir runt. Sigmund verður 75. Vit dokumentera, at sjónvarpstíðindini vóru fupp. Úr Syðrugøtu til Aberdeen

Tvær kvinnur leggjast afturat stóra skaranum av einkjum á Strondum

Løgmaður um fiskivinnuna

Kvinnan við Sikarsbrunn Partur II Joh. 4, 1-43

Ríki maður og Lázarus Luk. 16,

Føddur undir Hitler, vaksin upp undir Stalin

HAVNAR KLUBBI oktober Endurgerð av minnisriti Havnar Klubba, tá hann fylti 160 ár.

ATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN H71 - NEISTIN. Sunnudagin 28. september kl Hoyvíkshøllin

Enok maðurin, sum gekk við Gudi

forbindelse med både ansættelse, ændring i ansættelsesforhold og ved afslutning af ansættelsen.

Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging

Smiðjan á Skipanesi Brot úr okkara smiðjusøgu. Okkara maður í Nambia. Er prískappingin í vanda? Børn á Sanatoriinum

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Vegleiðing at dagføra GPS-kort. Tillukku við tínum keypi av GPS-korti. Kortið fevnir um Føroyar.

Kirkjuligt Missiónsblað

Givið út 30. mai 2017

Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding av elinnleggjarum

Nr. 1 Februar árið

Kirkjuligt Missiónsblað

Tøl um royking í Føroyum

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Skipari kláraði tað, sum læknar ikki kundu! Læknarnar vildi taka beinið av Palla, men hann noktaði.

Fiskivinnan og ES. FF-blaðið á Holocaustsavni í Washington. Saltsøgan

Við Sólarris í Grønlandi í Realurin 50 ár. Skiparar í Føroyskir fiskimenn í Hirtshals

Frá elstu døgum H A V N A R K L U B B A

90 ár síðani skaðagrindina. í Sandvík

ICES viðurkennir. Bjargingarroynd í Vágsbotni. Fiskaren vitjar FF. Bernhard 5. partur. Løgtingsins umboðsmaður setir kærarar í gapistokk.

Námsferð 25. mai 5. juni 2017

Trupulleikar og møguleikar við upsanum. Upsaátakið vísti, at møguleikar eru fyri upsanum, men teir koma neyvan av sær sjálvum.

Føroyskur saltfiskur væl umtóktur

Kanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum

Nýggj stjórnarskipan má fyrst og fremst verja borgaran

Kirkjuligt Missiónsblað

Jarðarferðin hjá Morning Star

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál

TÁ IÐ TIT... Kirkjuligt Missiónsblað. Nr juni árið

Íslendingasøgur. Um íslendingasøgur. Bólkar

Kreppa í norska fiskiídnaðinum. Gretha á Malta verður 70 ár. Føroyskar skipasmiðjur eru kappingarførar. Íslendskt reiðarí:

Fakturablanketten virk.dk. 1 At senda elektroniskar rokningar við fakturablanketten

Grindadráp í Tjukotka í Siberia

Vísindavøka 29. september Um uppkalling eftir navnfromum monnum og kvinnum. Anfinnur Johansen. Føroyamálsdeildin Fróðskaparsetur Føroya

Kirkjuligt Missiónsblað

Nýggj skip. 70 ár síðan Nólsoy gekk burtur Søgan um ringin sum kom aftur. Svenskari vitjað í Føroyum í 56 ár

Strongdkanning av limum hjá Starvsmannafelagnum. Gjørd av Fegin Ábyrgdari: Niclas Heri Jákupsson

Heilsan hjá langfarafiskimonnum

Nr. 321 Hósdagur 8. juli ,- Síða 17 Baksíðan Síða 9 Síða 3 Síða 14

Transkript:

Bartal Andersen á Dunganum í Gerðum og havnarmaðurin Magnus hittast Tað vóru ringar tíðir í Føroyum fyrst í 1800- talinum, tá Napoleonskríggini herjaðu. Danmark fór í parti við Fraklandi ímóti Onglandi í 1807 og hetta kom at tarna allari skipaferðslu til og frá Føroyum, so tað bleiv stórt vørutrot. Harafturat kom so fiskaloysi. Hetta seyg mergin úr fólkinum so nógv, at nógvir mans orkaðu ikki til útróðrar. Serliga árini 1807-09 vóru ring. Tá var rættilig neyð í landinum. Nógv fólk doyðu í hungri. Standurin var so ringur nógva staðni, at gamlir kíkar og homlubond vóru bloytt, kókað og etin; við tarabløðum í munninum lógu fólk slødd deyð her og har niðri í fjøruni. Fleiri ferðir var Havnin álopin av eingilskum skipum og Krambúðin og Leigubúðin tømd fyri vørur. Hin 16. mai 1808 kom eitt bretskt herskip, Clio, á Havnina. T. D. Baugh var ovasti umborð. Teir oyðiløgdu allar 21 kanónirnar á skansanum og sprongdu Krúthúsið í luftina. Teir fóru avstað aftur, men lovaðu at koma skjótt aftur og tøma handilin fyri vørur. Tvær vikur seinni, 1. juni, kemur Karl von Hompesch, Brillumaðurin, við kaparaskipi Ein havnardrongur, Magnus, sær alt hetta. Hann øtast. Niðri í Gerðastøð 1

sínum Salamine á Havnina. Hann fer avstað aftur, tá hann hevur fingið skipar Hansen (Peder Hansen Wolles, 1745-1817) við sær Bartal-navnið og húsið í Króki Tann fyrsti Bartal kemur helst úr Vestmanna. Hann er føddur uml. 1726. Hann var húskallur á Kjalnesi í Kollafirði, tá hann giftist við Maren Andersdatter í Selvindi. Tey búsettust úti í Gerðum á Strondum. Bartal í Strandatáttinum er abbasonur hansara, Berthel Andersen, føddur í 1795 og deyður í 1874. Hann búði á Dunganum ì Gerðum. Hann var tvær ferðir giftur. Fyrru ferð við Malene Poulsdatter úr Lorvík. Hon doyði í 1832 av vattarsótt, 32 ára gomul. Tey fingu børnini Andrias, Maren Susanne og Poul. Seinna konan æt Susanne Petersdatter og var úr Fuglafirði. Hon var 12 ár yngri enn hann. Tey fingu 7 børn. Húsið uppi í Króki Tað var Berthel Andersen, Bartal í Strandatáttinu, sum bygdi húsini uppi í Króki. Hetta var í 1841. Handilin í Króki Handilin í Króki byrjaði í 1860 sum úthandil hjá A. W. Skibsted. Bartal í Króki yvirtók hann í 1894 og hevði hann til hann doyði í 1905. Frá ár 1900 var handilin úthandil hjá Restorff. Handilin lat aftur í 1911. Kelda: Hilmar Kass sum kønan mann. Brillumaðurin kemur aftur longu 6. juni og tá tekur hann allar vørur (tó ikki matvørur) og allan reiðan pening, sum hann heldur seg hava rætt til at taka sum kapari. Misnøgdin við Handilin og vørutrotið er stór millum allar føroyingar. Nú og fleiri ár fram. Bátsmanningar koma úr øllum landinum og ofta er rok frammanfyri kongaliga einahandilin við rópum og ókvæmisorðum. Løbner (Emilius Marius Georgius Løbner 1766-1849), kommandantur, seinni amtmaður, letur illa at eysturoyingum. Sýslumaðurin Weihe (Joen Pedersen Weihe, Søldarfirði, 1775-1822) var saman við Djurhuus prósti (Andreas Djurhuus, 1742-1814) komin suður saman við 50 eysturoyingum. Prósturin hevði í húsinum hjá handilsforvaltaranum Mørck hótt við at koma suður við øðrum 200 eysturoyingum og bróta inn í korngoymslurnar. Fleiri ferðir vóru bátsfeløg komin úr Eysturoynni og høvdu hótt við at binda kommandantin og bróta inn. Sonur sýslumannin hevði harafturat sett saman eitt,,lumpent og skændigt dokument við nógvum undirskriftum, sigur Løbner frá. Havnardrongurin Magnus ræðist hesar menninar. Hann fær næstan stikni til eysturoyingar. Men ein dagin hittir hann ein javnaldra innan av Strondum. Bartal eitur hann. Teir koma at kennast og gerast væl báðir. Magnus vísir honum runt í Havnini og teir tosa eisini við fleiri fólk. Ein maður steðgar á og spyr Bartal nærri um eitt orð, hann hevði hoyrt hann sagt, og vildi hava at vita, hvaðani hann var frá. Tað var hin lærdi Svabo. Hann sá ikki eydnusamur út. Hann luktaði eisini av onkrum sterkum. Somu framferð sum eysturoyingar høvdu menn úr øðrum oyggjum eisini. Onkrar bátsmanningar høvdu enntá hvalvákn liggjandi í bátinum. 2

Í allari Sjóvar sókn: Strendur, Skála, Skálafirði og Selatrað*, sum var størsta sókn í Eysturoy tá, búðu tilsamans 223 fólk. *Hinar bygdirnar í núverandi Sjóvar kommunu komu seinni: Morskranes í 1876, Innan Glyvur í 1884 og Kolbeinargjógv í 1933 Vit síggja yvir á toftirnar á húsunum á Dunganum í Gerðum, har Bartal Andersen búði. Fremst stendur Kidda Skúvoyingar hóttu, eins og eysturoyingar, við at binda bæði Løbner og forvaltaran niður og taka teir báðar suður við sær við makt. Teir skuldu ikki líða nakra neyð. Fugl áttu teir bæði nógvan og rotnan, søgdu teir. Saltið var uppi hjá teimum. Tað leikaði so hart á, at Løbner og hinir embætismenninir stúrdi fyri einum veruligum uppreistri í landinum. Tað er einki at ivast í, at strandingar ofta eisini hava verið uppi í hesum rokið saman við hinum eysturoyingunum. Teir høvdu saman við nes- og toftamonnum stytstu leið til Havnar. Skulu vit taka hóttanina hjá próstinum í álvara, so eru 200 eysturoyingar ein sera stórur partur av fólkatalinum í Eysturoynni tá. Tað vóru bara mannfólk í bestu árum, sum gjørdu hesar Havnarferðir. Undir krígnum stóðu barakkir har sum Bartal Andersen og Magnus hittust í 1827 Í Føroyum búðu tilsamans 5265 fólk, vísir fólkateljingini í 1801. Í næststørstu sóknini, Nes sókn, búðu 192 fólk. Var hóttanin hjá próstinum vorðin til veruleika, vóru ikki nógvir fullførir menn eftir í oynni.. Tá donsk handilsskip, hóast krígsstøðuna, í 1809-10 fingu loyvi at sigla við vørum til Føroya, batnaði støðan nakað. Tað var tó framvegis vandamikið at fara út á hav. Fremmand fiskiskip gjørdu seg inn á før- oyskar útróðrarbátur. Teir ætlaðu sær at taka menninar umborð at hava sum trælir. Søgur gingu um, at bátar ikki komu aftur, sjálvt um tað var dýrdarveður. Tað skuldi enntá vera vandamikið at ganga millum bygdir. Fólk komu ikki vegin fram. Í hesum ófriðar- og neyðarárum 1807-09 er Bartal Andersen 12-13 ára gamal og býr í Gerðum á Strondum. Hann veit um alt, sum hendir í Havn. Bartal hoyrir brestin og sær roykin, tá Krúthúsið á Skansanum verður sprongt í luftina har suðuri. Tað hoyrdist eisini inn á Strendur, tá Brillumaðurin skeyt tríggjar ferðir við kanónum sínum inn yvir Havnina. 3

Hann spurdi seinni pápa sín, Anders, hví Brillumaðurin skeyt. Hann vildi hava skipar Hansen við sær, men hann hevði krógvað seg uppi í haganum. Teir fóru við hundi at leita eftir honum og funnu hann aftanfyri ein stein. Lítið er at leggja undir tonnina á Bartali, men gott fær hann lagt í beinini kortini. Góður stirðil er í dronginum. Sterkur maður kemur hann eisini at verða. So sterkur, at hann gerst hetjan í einum tátti. Í sjálvum Strandatáttinum. Nú í 1827 er Bartal giftur maður. Konan eitur Malena og er úr Lorvík. Eina dóttir hava tey fingið. Tað búgva millum 30 og 40 fólk í Gerðum um hetta mundi og Bartali býr á Dunganum. Henda dagin, 25. august, er gott lag á honum. Hann situr á báti og rør av dýrastu kraft. Har eru nógvir aðrir bátar á fjørðinum. Nú soltið er í kovanum og flestu kaggar tómir, er frøi á monnum. Tað er grind á Skálafjørðinum og hon skal haldast til inni í Skálafirði. Hvussu mundi tað fara at ganga? Tað hevði ikki altíð verið líka lætt. Í 1715 doyr bóndin á Ryggi í Miðvági, Joen Rasmussøn, sum hevði fest í 1694. Líktaluna skuldi presturin Peder Ditlevsen Arhboe, Petur Arabo (1675 1756), halda. Teir høvdu ikki verið vinmenn, Jógvan bóndi og Petur Arabo. Arabo leggur bóndan undir stuldur. Tað fyrsta, presturin sigur við grøvina í kirkjugarðinum, er:,,nu træder jeg på en tyvegrav. Síðani heldur hann fram:,,en tyv levede du, en tyv døde du, en tyv skal du igen opstå. Hørð orð. Hesin ósømiligi atburður gjørdi, at Petur Arabo varð settur frá sum prestur í 1718, men hann var góður í ávikum hjá mongum føroyingi eftir tað. Eisini hjá monnum av Strondum og av Skála. Petur Arabo - staddur í Skálafirði: Eftir tað at harra Peder var settur frá embætinum, kom ein stór grind í Skálafjørð í Eysturoy, men tó at Skálabotnur tá var eitt tiltikið grindapláss, hvar ið grind varð hildin vís at doyggja, vildi tað ikki bera til at fáa hesa grindina rikna inn í botn og dripna. Fólk hildu fananskap vera uppi í grindini; eitt var, sum hevði botn fyri eygunum, og tá ið tað kavaði, klappaði hesin botnur so hart í sjógvin; av tí kallaðu tey tað Klappus. Skálamenn fóru vestur í Vágar til at biðja Peder Arrheboe leggja sær ráð, hvussu teir skuldu fáa grindina dripna, og lovaðu honum størsta hvalin afturfyri. Har afturat skrivaði landfútin sjálvur bræv til hansara og bað hann koma grindamonnunum til hjálpar, um hann visti nakað ráð til at reka henda devulskap burtur, sum forðaði grindini. Harra Peder kom, skrivaði nøkur orð upp á ein pappírslepa og bað eina bátsskipan fara við honum og floyta hann á sjógvin uttan fyri grindina. Grindin doyði, men eysturoyingar tveittu presti bert ein leiftur og ikki størsta hvalin, sum teir høvdu lovað. Tá lovaði harra Peder, at grind skuldi ikki doyggja aftur í Skálafirði, og so varð. Næstu ferð ið grind kom í Skálafjørð, doyði einans hvalur. Nu dræbe de grind udi Skålebund udi Østerø, men de få ikke mere end den mindste, segði harra Peder. Jacob Jacobsen: Færøske folkesagn og eventyr Grindin ger landgongd. Á sandinum í Skálafirði liggja 34 grindahvalir á 250 skinn. Væl hevur verið glaðað, tí har eru bátar komnir úr nógvum bygdum. Tá bátsmanningarnar hava fingið bátspartarnar inn í bátarnar, verður róð heim aftur. Ein Havnarbátur er komin heilt út í fjarðarmunnan við sínum grindafarmi, tá teir vanda veður og gera av at seta upp á Strondum. Teir fara inn til Bartal Andersen á Dunganum. Ein teirra kendi Bartal frá dreingjaárunum. Tað var Magnus. Hann gjørdist seinni kendur um allar Føroyar sum Magnus Brók. Mamma Bartal, Elisabeth, liggur í seingini. Hon er 68 ár. Hon fylgir væl við í prátinum hjá hesum fremmandu monnunum. 4

Kona Bartal, hin 27 ára gamla Malena, roynir at seta tað lítla fram fyri hesum monnum, sum húsið kann bjóða. Bartal hevur verið í hornaskápinum. Menn eru vásaklæddir, júst komnir úr grindadrápi. Deymurin av hesum monnum fyllir allan skálan. Menninir fáa gott blóð. Gamlar hendingar, felags kenningar, stórmenni og roysni verða havd á lofti. Prátið verður, sum tað plagar at vera, tá krukkan gongur munn av munni og lagið er gott. Styrki, sterkir menn, kempur og risar - fyrimyndirnar í eygunum hjá monnum. Grindir í Skálafirði Fyrstu ferð vit vita um, at grind er hildin til á Skálafjørðinum, er í 1588, tá 115 grindahvalir løgdu beinini. Síðani hava 12 aðrar grindir verið hildnar til har, seinast 1. juli 1938. 00.00.1588 115 grindahvalir 20.08.1623 30 grindahvalir 27.08.1715 30 grindahvalir á 720 skinn 07.12.1718 11 grindahvalir á 89 skinn 29.09.1720 3 grindahvalir á 60 skinn (3 gyllinsfiskar ella høgt mettir) 13.07.1724 12 grindahvalir á 162 skinn (eisini stórt skinnatal 12 í gj.snitt 29.10.1725 49 grindahvalir á 821 skinn 01.12.1803 54 grindahvalir á 493 skinn 03.07.1818 1 grindahvalur á 10 skinn 03.08.1823 34 grindahvalir á 360 skinn 26.07.1826 3 grindahvalir á 60 skinn 25.08.1827 34 grindahvalir á 250 skinn 01.07.1938 31 grindahvalir Kelda: Heimabeiti So finna teir uppá at fara at rætta tong. Bartal og Magnus royna seg eisini. Teir seta á. Knúgvarnir hvítna, andlitini rádna og ryggirnir spennast. Bartal vinnur. Tað var tað. Hatta var alt. Har var eingin glíming sum hjá vágbinginum Regin í Toftum, sum fekk eyka megi við eini trístrendari nál. Har var einki buldur og onki brak. Hetta er søgan aftanfyri Strandatáttin, soleiðis sum eftirkomararnir hjá teimum, sum stóðu nær hesi hending, hava fortalt sínum eftirkomarum: Bartal Andersen og havnarmaðurin Magnus rættu tong niðri á Dunga í Gerðum og Bartal vann. Táttayrkingin stóð í besta blóma hesa tíðina. Ì tættunum varð ikki leitað aftur til gamlar hendingar og miklar kappar. Vit eru ikki staddir í Roncavaux uppi í Pyre-nearafjøllunum, í sjálvum Runsivali, saman við Rólanti hin 15. august 778 ella umborð á Orminum Langa við Svøldur góð 200 ár seinni. Tað eru hendingar her og nú, í nærumhvørvinum, sum yrkt verður um og sum kvøðið verður á gólvið. Um stuttligar hendingar, um býttar gerðir, sum ofta lýsa mentalu støðuna hjá teimum persónum, sum yrkt var um. Tættirnir eru sum keipumyndir: persónarnir verða lýstir við fáum strikum, sjáldan gjørdir vakrari og tær býttu gerðirnar ella hendingarnar verða blástar upp. Òrevsaður slapst tú ikki at gera tær fyri skommum. Òskammaður slaps tú ikki at ganga millum manna, um tú ikki fylgdi siðbundnum normum og atferðarreglum. Fólk høvdu eisini í teimum døgum tørv á at hava okkurt til teitis - at sleppa at flenna, at gloyma dagliga knossið, at hava tað stuttligt. Tað var bara ikki lukkuligt at vera tann, ið stóð fyri skotum. Kendasti táttayrkjarin, Nólsoyar-Páll (1766-1809), hevði nú verið saknaður í út við 20 ár, men í Kollafirði livdi Sjóvarbóndin, Jens Chr. Djurhuus (1773-1833), sítt fríska lív. Á Strondum dugdu fólk eisini at yrkja - at fáa nógv burturúr lítlum. Ein strandingur yrkti sama kvøld, sum grindin í Skálafirði legði beinini, ein tátt. Tað er Strandatátturin. Keldur: H. J. Debes: Føroya søga 3, M. D. á Ryggi: Miðvingasøga, A. Weihe, H. E. Skálagarð Myndir: Úr myndasavninum hjá Lassa Borðoy Eftirskoyti: Skal Strandatátturin tíðarfestast eftir grindadrápunum í Skálafirði, so eru bara tríggir møguleikar, sí talvuna. Eg havi valt árið 1827 sum mest sannlíkt. R.D. 5

Gevið ljóð og lýðið á under så grøn en lide, nakað veit eg at fortelja frá. Kongen af Dannemark lader sig hævne. 2. Tað búði ein maður suðuri í Havn, Magnus Brók var hansara navn. 3. Hann kom ferðandi heim á Strendur at royna sínar stóru og sterku hendur. 4. Tann havnarmaður so errin var:,,man nakar á Strondum tora ímóti mær? 5. Gamli Bartal svaraði til:,,jú víst hugsi eg, at onkur vil. 6. Eg skal siga tær orðini slík, at lítið virða vit ein súpanarkík. 7.,,Eg skal siga tær enn nú meir: Kom tær ikki í holt við teir. 8. Tá knýtti Magnus sín stóra neva, hann ætlaði Bartal á nasar at geva. 9. Har var látur, og har var gaman, tá Magnus og Bartal teir brustu saman. 10. Bardust teir um allar grensur, teir klóraðust og bitust sum ketta og frensur. 11. Har var róp, og har var skrálan, rópini hoyrdust inn á Brenda Skála. 12. Har var látur, og har var grin, tá Bartal skræddi Magnusa rukkugin. 13. Har var látur, og har var brumm, tá plantupinnurin stóð útum. 14. Men hetta legði Magnus einki í, hann bardist líka væl fyri tí. 15. Bardust teir har aftur og fram, endin var tann, at Bartal vann. 16. Magnus við sínum krúlluta høvdi, hann lá undir Bartali og gløddi. 17. Magnus við sínum krúlluta grúki, hann lá undir Bartalsa búki. 18. Bartalsa kona fleyg í grát:,,nú hava tit dripið ein kongsins soldát! 19. Hin gamla í songini rópar morð. Potturin í eldin og rokkurin í sor. 20. Yvir til Toftir har hoyrdist eitt buldur, tá rokkurin hjá Bartali hann gekk sundur. 21. Mikkjals Óli um klinkuna fekk, hann visti ikki betur, enn verðin forgekk. 22.,,Nú hevur hon staðið ta tíð so langa, forvíst meini eg, at hon fer at forganga. 23. Inn kemur Bartalsa kona so fromm:,,hetta verður tykkum ein ólukku skomm. 24. Hetta verður tykkum til háð og spott, forvíst fáa tit ein ljótan tátt! 25. Sannheit segði konan tað, tátturin bleiv yrktur tann sama dag. 26. Hetta sama háð og spott, under så grøn en lide, hetta kalla vit fyri Strandatátt, kongen af Dannemark lader sig hævne. 6