Tinganes - Fo-100 Tórshavn Faroes Tel: (+298) Fax: (+298)

Relaterede dokumenter
Givið út 30. mai 2017

Fíggjarmálaráðið. Løgtingið Dagfesting: 7. februar 2018 Mál nr.: 17/ Málsviðgjørt: JEK

Sagsøgeren har påstået sagsøgte dømt til at betale kr. med procesrente fra den 26. juni 2003, subsidiært procesrente fra den 22. april 2008.

Løgtingið. Tórshavn, tann 24. februar 2009 Vmr J.Nr.:

Løgmansskrivstovan. Løgtingið Dagfesting: 11. november 2016 Mál nr.: /16 Málsviðgjørt: GJ

Heilsu- og innlendismálaráðið

Heilsu- og innlendismálaráðið

Løgtingið Argir, 29. februar Løgtingsmál nr. 70/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tollsatsir.

LØG M A N S S K R I V S T O V A N. P r i m e M i n i s t e r s O f f i c e

Løgtingsmál nr. 59/2014: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar

Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding av elinnleggjarum

Løgtingsmál nr. 84/2010: Uppskot tilríkislógartilmæli um gildiskomu í Føroyum av lóg um Fólkatingsumboðsmann. U p p s k o t. til

LØG M A N S S K R I V S T O V A N. P r i m e M i n i s t e r s O f f i c e

Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging

LØG M A N S S K R I V S T O V A N. P r i m e M i n i s t e r s O f f i c e

Dátueftirlitið Tinganes - Postboks Tórshavn Telefonnr:

Uppskot. til. løgtingslóg um rættindi løntakaranna í sambandi við, at landsstýrið yvirtekur mál og málsøki frá ríkismyndugleikunum

forbindelse med både ansættelse, ændring i ansættelsesforhold og ved afslutning af ansættelsen.

Heilsu- og innlendismálaráðið. Løgtingið Dagfesting: 02. nov Mál: 16/

V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð

Løgtingsmál nr. xx/2008: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tænastumenn landsins. Uppskot. til

HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ

V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð. Løgtingið Tórshavn, tann 1. desember 2014 Vmr. J.Nr.: 14/

Gamlar myndir úr Norðuroyggjum

Under arbejdet med kunngerðini er jeg blevet opmærksom på 3 områder i loven, jeg mener vi lige må tænke over en ekstra gang.

Løgtingsmál nr. 115/2011: Uppskot til løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin) Uppskot. til. løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin)

Løgtingið Tórshavn, tann 9.juni 2015 J.nr.: 12/ Løgtingsmál nr. / 2015: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar søloven

Løgtingsmál nr. 126/2007: Uppskot til løgtingslóg um havnir. Uppskot. til. løgtingslóg um havnir

F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F F I N A N C E. Løgtingið

Uppskot til. ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar partar av broytingum í hjúnabandslógini og rættarvirknaðarlógini

11. december (Indsendelsesbekendtgørelsen) Kapitel 1 Anvendelsesområde

Uppskot til. Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar

Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland

Heilsu- og innlendismálaráðið

Løgtingið Tórshavn, tann 7. mars 2016 J.nr.: 15/00233

Løgmansskrivstovan. Løgtingið Dagfesting: 16. februar 2017 Mál nr.: /16 Málsviðgjørt: GJ/NF

Landsstýrismálanevndin hevur viðgjørt málið á fundum 30. oktober 2012, 22. januar, 21. mars og 11. apríl 2013.

Uppskot. til. Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta soljóðandi uppskot til kongliga fyriskipan í gildi fyri Føroyar:

Heilsu- og innlendismálaráðið

Løgtingið Tórshavn, tann 3. mars 2015 VMR j.nr.: 15/00009 Viðgjørt: SPS

Løgtingsmál nr. 28/2005: Uppskot til samtyktar um norðurlendskan sáttmála um fólkayvirlit. Uppskot. til. samtyktar

INNANHÝSIS. Uppskot til. Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af ændringslove til lov om luftfart

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Løgtingið 26. oktober 2017 Mál nr: 16/00009 Málsviðgjørt: JPP

LØGMANSSKRIVSTOVAN LØGDEILDIN

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Løgmansskrivstovan. Løgtingsmál nr. xx/201x: Uppskot til broyting í lovbekendtgørelse om straffeloven

F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F F I N A N C E. Løgtingið

Konference om affald på havet

Løgtingið. Tórshavn, tann 7. mars 2016

Javntekstur og lykil. Galdandi orðingar í ættleiðingarlógini samanbornar við broyttu orðingarnar í uppskotinum til ættleiðingarlógarlóg

V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð

Vegleiðing um krøv í løgtingslóg um tryggingarvirksemi til nevndarlimir og stjórnarlimir um førleika og heiðursemi (fit & proper)

Liðugfráboðan til eftirlits av Brunaávaringarskipan

Løgtingsmál nr. xx/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt (dagstovnaráð og avtøka av kærurætti) Uppskot

- Webundersøgelse, Fólkaskúlaráðið, oktober Fólkaskúlaráðið. Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på

INNLENDISMÁLARÁÐIÐ. Uppskot til løgtingslóg um ítróttavedding

Kunngerð um stuðul til hoyritól, sum seinast broytt við kunngerð nr. 21 frá 3. apríl 2013

INNLENDISMÁLARÁÐIÐ. Uppskot til løgtingslóg um ítróttarvedding

Tórshavn 3. apríl Viðmerkingar til byggilógina v/petur Olsen

ES-fyriskipanin um persónsdátuvernd

Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin. Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014

Samandráttur av øllum uppskotunum

Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

Uppskot. til. Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar soljóðandi lóg:

Álit. viðvíkjandi klagu um manglandi svar upp á innlitsumbøn

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ. Uppskot. til

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

Bygnaðarbroytingar, tænastumenn og grundgevingar

Løgmansskrivstovan. Dagfesting: 15. desember 2016 Mál nr.: /16 Málsviðgjørt: GMN. Fylgiskjal 1. Javntekstur

Løgmansskrivstovan. Løgtingið Dagfesting: 21. desember 2016 Mál: 16/

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál. Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess

Fólkaheilsukanning Hvussu hevur tú tað 2015

Álit Viðvíkjandi klagu um vantandi fráboðan, grundgeving og kæruvegleiðing í avgerðum hjá TAKS

Vegleiðing at dagføra GPS-kort. Tillukku við tínum keypi av GPS-korti. Kortið fevnir um Føroyar.

Góðskukrøv til Svimjihyljar

INNLENDISMÁLARÁÐIÐ. Uppskot. til. ríkislógartilmæli um anordning om ikrafttrædelse for Færøerne af forskellige ændringslove til straffeloven

Mentamálaráðið. Løgtingið Dagfesting: Mál nr.: 16/ Málsviðgjørt: BB/TVR

(Uppskot til) Løgtingslóg um djóravælferð (Djóravælferðarlógin) Kapittul 1 Almennar ásetingar

Klagan til TV2. Hvat kann gerast. Upplivdi illveðrið í 1932, ið beindi fyri formanni í FF. Livravirkið á Eiði. Frásøgn hjá Andrew Godtfred:

Kanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum

Løgmansskrivstovan. Løgtingið Dagfesting: 28. november 2018 Mál nr.: /16 NF

Álit. viðvíkjandi. víðkan av føroysku útbúgvingarstuðulsskipanini til allar lesandi føroyingar uttanlands

ALMANNA- OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ

Uppskot. til. Viðmerkt verður, at í sambandi við hesa fyriskipan hevur verið roynt at gera tær tillagingar, sum serligu føroysku viðurskiftini krevja.

Orðið eigur í føroyskari felagsverklóg 1

Bakstøði Ynski var: - At lýsa teir møguleikar og tær treytir eldri fólk í Føroyum hava fyri einum góðum lívi í eldri árum - At lýsa hvørji átøk kunnu

LØGMANSSKRIVSTOVAN LÓGARTÆNASTAN. Rundskriv

Álit. viðvíkjandi klagu um vantandi innlit í mál um keyp av heimasíðu hjá Kringvarpi Føroya

Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhvervsdrivende virksomheder, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 43 frá 6.

Álit um stýrisskipanarviðurskifti Føroya

Løgmansskrivstovan. Løgtingsmál nr. 44/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lovbekendtgørelse om straffeloven (Kynslig brotsverk)

Løgtingsmál nr. 148/2008: Uppskot til løgtingslóg um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir (grannskoðaralógin) Uppskot.

Løgtingsmál nr. 19/1998. Uppskot til ríkislógartilmæli um lov om videnskabsetisk komitésystem og behandling af biomedicinske forskningsprojekter

Tinganes - Fo-100 Tórshavn Faroes Tel: (+298) Fax: (+298)

Skatta- og avgjaldsmál avgerðir

23 Uppskot til løgtingslóg um umskipan av Føroya Lívstrygging Skjal 2

Almannastovan. Almannastovan. Skjal 11. Dagur J. nr I. Almanna- & Heilsumálastýrið Fyrisitingardeildin Eirargarður Tórshavn

Advokatskrivstovan Fr. Petersensgøta

Transkript:

Løgtingið 10. februar 2015 Mál: 0626-003/14-57 Viðgjørt: JSS/NF Lógartænastan Løgtingsmál nr. 95/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vápn v.m. (Trygdarátøk og vápnaprógv) Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vápn v.m. (Trygdarátøk og vápnaprógv) 1 Í løgtingslóg nr. 43 frá 22. mai 1969 um vápn v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 12. mai 1980, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í 2, stk. 1, nr. 1 verður sum 2. pkt. sett: Luftbyrsur, størri enn kaliber 5,5 mm, og lóður til, 2) 2, stk. 1, nr. 2 verður orðað soleiðis: 2. luftbyrsur kaliber 5,5 mm og minni, fjarðabyrsur og lóður til, 3) Í 2, stk. 2 verður 3. pkt. orðað soleiðis: Tó er loyvt persónum millum 16 og 18 ár at nýta byrsur, nevndar í stk. 1, nr. 2, tá tey eru saman við persónum 18 ár ella eldri, og persónar 16 ár ella eldri hava loyvi at nýta seyðabyrsu. 4) Aftaná 2 verður sett: 2 a. Tað er forboðið at nýta og handfara vápn, nevnd í 1 og 2 á ein hátt, ið greitt má metast sum vandamikil, hóttandi ella ræðandi fyri persónar, ið eru í nánd. 5) Aftaná 3 verður sett: 3 a. Tað er forboðið persónum, ið ikki hava vápnaprógv, at flyta inn, útvega sær, hava inni ella ganga við skotvápnum, nevnd í 1, stk. 1, nr. 1 og 2, stk. 1, nr. 1. Stk. 2. Løgfrøðiligir persónar, sum í sínum virki hava serligan tørv á skotvápnum, kunnu søkja um loyvi at keypa og eiga skotvápn. 3 b. Persónar, sum eru 18 ár og eldri og hava staðið vápnatrygdarskeið, kunna søkja um vápnaprógv. Stk. 2. Vápnatrygdarskeiðið skal vera minst 8 tímar og innihalda ein verkligan part, ein ástøðiligan part og roynd í hesum pørtum. Stk. 3. Landsstýrismaðurin góðkennir lesiætlanina fyri ástøðiliga partin og krøv til skjótiroynd o.a. fyri verkliga partin av skeiðnum. Tinganes - Fo-100 Tórshavn Faroes Tel: (+298)306000 Fax: (+298)306015 e-mail: info@tinganes.fo - www.tinganes.fo

3 c. Landstýrismaðurin ásetur í kunngerð nærri reglur um vápnaprógv, herundir krøvini til at fáa vápnaprógv, útvegan av revsiváttan, skráseting av vápnaprógvi, møguleikan at taka vápnaprógv aftur og reglur um títtleikan at endurtaka vápnatrygdarskeiðið. 3 d. Landsstýrismaðurin gevur eftir umsókn vápnaprógv eftir treytum, ásettar sbrt. 3 c. Landsstýrismaðurin kann krevja gjald fyri vápnaprógvið. 3 e. Til nýtslu í málsviðgerðini av umsóknum um vápnaprógv hevur landsstýrismaðurin krav at fáa revsiváttan frá viðkomandi persóni. Stk. 2. Til nýtslu í málsviðgerðini av umsóknum um vápnaprógv, í samband við vápnatrygdarskeið og skráseting av vápnum, hevur landsstýrismaðurin krav at fáa upplýst p-tal hjá viðkomandi persóni. Stk. 3. Vinnurekandi, ið selja vápn, hava krav at fáa p-tal at nýta í sambandi við skráseting av teimum, ið keypa vápn. 3 f. Persónar, fyritøkur og onnur, ið vilja bjóða út vápnatrygdarskeið, skulu góðkennast av landsstýrismanninum. 3 g. Persónar, ið hava staðið vápnatrygdarskeið uttanlands ella sum liður í útbúgving, kunnu fáa føroyskt vápnaprógv, um tað lokna vápnatrygdarskeiðið verður mett at vera á minst sama støði sum tað føroyska. 3 h. Landsstýrismaðurin kann leggja sínar heimildir sbrt. 3 b, stk. 3, 3 d, 3 e, stk. 1 og 2 og 3 f til ein annan myndugleika ella almennan stovn. Ger landsstýrismaðurin tað, kann hesin myndugleikin ella stovnurin krevja gjald fyri sínar tænastur. Stk. 2. Ger landsstýrismaðurin av at leggja heimildir sínar sambært hesi løgtingslóg til eina annan myndugleika ella stovn, kann landsstýrismaðurin áseta reglur um kærur um avgerðir, tiknar av hesum myndugleika ella stovni, undir hesum áseta kærufreist uppá 4 vikur, og avgera, at ávíst slag av avgerðum ikki kann kærast til hægri fyrisitingarligan myndugleika. Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann eisini leggja sín kærumyndugleika til eina kærunevnd, hvørs avgerðir eru endaligar innan fyrisitingina. 6) 4, stk. 1 og 2 verða strikað og í staðin verður sett: Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð reglur um fráboðan og skráseting av teimum lutum og tilfari, sum koma undir 1 og 2. Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð reglur um goymslu og ræði á teimum í 1 og 2 tilskilaðu lutum og evnum. Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð treytir hjá vinnurekandi at handla við lutum og tilfari, sum koma undir 1 og 2, herundir hvussu vinnurekandi skulu skráseta og boða frá sølu av hesum lutum og tilfari. Stk. 3 og 4 verða eftir hetta stk. 4 og 5. 7) Í 4, stk. 4, sum verður stk. 5, verður stk. 3 broytt til: stk. 4. 8) 7 verður orðað soleiðis: 7. Brot á 1, 2, stk. 2, 2 a, 3, stk. 1, 3 a og 5 verða revsað við bót. Stk. 2. Revsingin kann herðast til fongsul í upp til 2 ár, um brotið er framt tilætlað ella av grovum ósketni, undir ávirkan av rúsdrekka ella 2/18

rúsevnum o.tíl. og um sama brot verður endurtikið. Stk. 3. Í reglum, sum verða ásettar við heimild í 3 c, 4, stk. 1, 2 og 3, kann ásetast revsing við bót. Somuleiðis kann ásetast, at revsingin kann herðast til fongsul í upp til 2 ár undir somu umstøðum, sum nevndar eru í stk. 2. Stk. 4. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sambært reglunum í kapittul 5 í revsilógini. Stk. 5. Málini verða viðgjørd sum politimál. Tey í rættargangslógini nevndu tiltøk í kap. 69 um handtøku, kap. 70 um fongsling, kap. 72 um rannsókn og kap. 73 um inndrátt kunnu nýtast í sama mun sum í statsadvokatmálum. 9) Danski tvíteksturin í lógini verður strikaður. 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2016. 3 Stk. 1. Persónar, ið lógliga eiga vápn, nevnd í løgtingslógini 1, stk. 1, nr. 1 og 2, stk. 1, nr. 1, tá henda løgtingslóg kemur í gildi, skulu einans útvega sær vápnaprógv, um teir skulu nýta hesi. Stk. 2. Vápnaprógv sbrt. 3 a, sum ásett í 1, nr. 5, skal vera fingið í seinasta lagi 1. januar 2017. Stk. 3. Persónar, sum eru føddir 31. desember 1975 ella áðrenn, og sum lógliga eiga vápn, sum eru nevnd í løgtingslógini 1, stk. 1, nr. 1 og 2, stk. 1, nr. 1, tá henda løgtingslóg kemur í gildi, kunna søkja um vápnaprógv sbrt. 3 b, stk. 1, sum ásett í 1, nr. 5, uttan at taka vápnatrygdarskeiðið. Hesi vápnaprógv hava frámerki um, at viðkomandi ikki hevur tikið vápnatrygdarskeiðið. Stk. 4. Persónar, ið eiga ella liggja inni við ólógligum vápnum ella lutum sbrt. 1 í løgtingslógini, kunnu til og við 30. juni 2016 lata hesi inn til landfútan uttan revsitiltøk. Vápn, sum av antikvariska myndugleikanum verða mett at hava serligan mentanarsøguligan týdning fyri Føroyar, kunnu í samráð við Føroya Landfúta latast Søvnum Landsins til varðveitslu. 3/18

Kapittul 1. Almennar viðmerkingar Við jøvnum millumbilum taka ymiskir vápnatilburðir seg upp, sum, hóast teir kunnu vera vandamiklir fyri borgaran, ikki eru fevndir av vápnalógini. Í slíkum førum er ikki talan um eitt revsivert brot á vápnalógina, men hesir tilburðir kunnu koma undir reglurnar í revsilógini 266, sum er orðað soleiðis: Den, som på en måde, der er egnet til hos nogen at fremkalde alvorlig frygt for eget eller andres liv, helbred eller velfærd, truer med at foretage en strafbar handling, straffes med bøde eller fængsel indtil 2 år. Tá talan er um brot á revsilógini, eru próvkrøvini ofta munandi hægri, enn tá talan er um brot á serlóggávu, umframt at tilburðurin vanliga eisini skal vera av meiri serligum vandamiklum slagi. Eftir revsilógini skal eisini vera talan um eina hóttan og ikki bara skilaleysa handfaring av vápnum. Í tíðini frá oktober til desember 2014 vóru tríggir vápnatilburðir alment kendir í Føroyum: Ein í Vágum 5. oktober, ein á Húsum 7. november og ein í Vestmanna 28. desember 2014. Við hesum lógaruppskotið verður skotið upp, at tað frameftir skal vera eitt krav, at persónar, ið nýta skotvápn, skulu hava eitt vápnaprógv. Somuleiðis verður skotið upp, at tað skal vera møguligt at revsa persónar eftir vápnalógini, um teir hava brúkt vápn, sum eru nevnd í 1 og 2 í lógini á slíkan hátt, at tað greitt má metast sum vandamikið, hóttandi ella ræðandi fyri onnur. Er slíkur tilburður framdur undir ávirkan av rúsdrekka ella rúsevnum, verður mælt til, at hetta verður mett sum herðandi umstøður. Eisini er skotið upp at heimila landsstýrismanninum í kunngerð at áseta reglur um, at øll vápn skulu hava vápnalás ella goymast í vápnaskápi. Eisini er skotið upp, at øll skotvápn í Føroyum skulu skrásetast. Hetta er ætlanin eisini at áseta í kunngerð, tá lógaruppskotið verður samtykt. Fyri at fáa vápnaprógv skal ein persónur hava staðið eitt vápnatrygdarskeið. Tó eru ásettar skiftisreglur, soleiðis at persónar, sum eru vanir at nýta skotvápn, kunnu sleppa undan at taka vápnatrygdarskeiðið. Hesir persónar skulu tó lúka hini krøvini, ið ætlanin er at seta fyri at fáa vápnaprógv, eitt nú at viðkomandi skal metast egnaður at eiga og nýta vápn. Henda meting kann vera trupul at gera, men ætlanin er fyrst og fremst, at tað skal vera møguligt at nokta einum persóni vápnaprógv, um hetta verður mett at vera greitt óforsvarligt, tí hesin t.d. er dømdur fyri persónvandamiklan kriminalitet við vápni ella hóttanum, og um persónurin greitt hevur álvarligar sálarligar trupulleikar ella av øðrum viðkomandi umstøðum. Tað er trupult óvildarligt at meta um, nær ein persónur er vanur at brúka skotvápn. Eingi slík hagtøl eru. Tískil verður skotið upp, at persónar, ið eru føddir 31. desember 1975 ella áðrenn tvs. sum eru minst 40 ár, tá lógin kemur í gildi og sum lógliga eiga skotvápn, kunnu sleppa undan at taka vápnatrygdarskeið fyri at søkja um vápnaprógv. Grundgevingin er, at tað eru ávís rímilig sannlíkindi fyri, at ein persónur yvir 40 ár og sum eigur vápn, eisini er vanur at nýta vápnið. Tá hesir persónar søkja um vápnaprógv, skulu teir vátta undir revsiábyrgd á umsóknarblaðið, at teir lógliga áttu skotvápn, áðrenn lógin kom í gildi 1. januar 2016. 4/18

Hesir kunnu tó sjálvbodnir taka vápnatrygdarskeiðið, hóast tað ikki er eitt krav hjá teimum. Hjá teimum, sum ikki hava tikið vápnatrygdarskeið, verður tað tilskilað við einum frámerki á vápnaprógvinum. Ætlanin er, at føroyska vápnaprógvið skal lúka krøvini sum gestavápnaprógv í okkara grannalondum, og tá er tað eitt krav, at viðkomandi hevur staðið eitt vápnatrygdarskeið. Tískil kann tað vera skilagott hjá teimum yvir 40 ár at taka vápnatrygdarskeið, um teir ætla at skjóta uttanlands. Í sambandi við fyrireikingina av hesum lógaruppskotinum varð landfútin spurdur, um hann metti, at fleiri sløg av vápnum enn tey, sum nevnd eru í 1, stk. 1 í lógini, áttu at kravt serstakt loyvi frá landfútanum. Í galdandi lóg krevst loyvi frá landfútanum at flyta inn, útvega sær, hava inni ella ganga við 1) skotvápnum og pípum og lásum til, 2) lóður til skotvápn, harundir eisini patrónhylkir, tendriproppar, perlur, brandrør og projektil, 3) slagella stoytvápn, harundir knújørn, totenschlägera, gummilurkar o.t. vápn, og 4) springknívar og springstillettar. Landfútin kom við fleiri uppskotum í ummælisskrivi, dagfest 9. januar 2015, ið er viðlagt hesum uppskoti sum fylgiskjal 1. Mett varð, at stundir vóru ikki til at taka uppskotið frá landfútanum við í hesi lógarbroyting. Hetta eigur tó at verða viðgjørt gjølla næstu ferð, at vápnalógin verður endurskoðað. Í einum fyrri ummælisskrivi frá landfútanum dagfest 13. juni 2013, varð mælt til at bólka luftbyrsur størri enn 5,5 mm kaliber saman við slættpípaðum haglbyrsur í 2, stk. 1 í lógini. Í lógaruppskotinum verður skotið upp at fyri at nýta hesar størru luftbyrsurnar, skal viðkomandi hava vápnaprógv. Til seinast er ásett, at persónar, ið eiga ella liggja inni við ólógligum vápnum ella lutum sbrt. 1 í lógini, kunnu til og við 30. juni 2016 lata hesi inn til landfútan uttan at vera møttir við revsitiltøkum. Vápnaprógv Í dag er einki krav um vápnatrygdarskeið ella vitan um handfaring av skotvápnum fyri at kunna útvega sær slættpípaðar haglbyrsur. Einasta krav er, at ein er 18 ár ella eldri. Hetta má metast at vera óheppið, tá hugsað verður um, hvussu vandamikil skotvápn eru. Til samanberingar kann nevnast, at tað krevst serstakt loyvi til at koyra bil, krana ella trukk, og um ein ætlar sær til sjós, so verður kravt trygdarskeið o.a. Soleiðis er á okkara døgum nógv í samfelagnum lagað til fyri at verja tann einstaka og fjøldina móti óneyðugum vanda. Fyri sterkari skotvápn enn slættpípaðar haglbyrsur t.d. riflur, krevst serstakt loyvi frá landfútanum. Hetta loyvið verður nærum bara givið til fólk, ið fáast við aling til at verja í móti kópi. Hetta lógaruppskotið ávirkar ikki hesi loyvi, men kravt verður, at tey, sum hava og fáa loyvi at eiga og nýta t.d. riflur, eisini skulu hava vápnaprógv. Luftbyrsur kaliber 5,5 mm og minni og fjarðabyrsur, sbrt. 2, stk. 1, nr. 2, og sláturamboð eftir 2, stk. 1, nr. 4 verða ikki fevnd av kravinum um vápnaprógv. Tó verða luftbyrsur, størri enn kaliber 5,5 mm, fevndar av kravinum um vápnaprógv, tí hesar mugu metast eins sterkar og slættpípaðar haglbyrsur. 5/18

Vápnatrygdarskeiðið skal bæði innihalda ein ástøðiligan part og ein verkligan part. Mett verður, at hóskandi kundi ástøðiligi parturin verið 6 tímar og verkligi parturin, saman við próvtøkuni, 2 tímar. Hetta verður nærri ásett í kunngerð. Harumframt er ætlanin, at tá vápnaprógv skal útskrivast, skal umsitingarmyndugleikin hava møguleika at nokta viðkomandi vápnaprógv, um avgerandi grundir tala fyri, at viðkomandi fer at verða til ampa og vanda fyri seg og onnur, um viðkomandi fær loyvi at eiga og brúka vápn. Ein ábending kann vera, at persónurin hevur framt revsibrot, ið má metast at viðføra, at viðkomandi ikki er egnaður at eiga og nýta vápn. Ein onnur ábending kann vera, at viðkomandi hevur sálarligar trupulleikar. Tað verður tí kravt, at tey, ið søkja um vápnaprógv, skulu leggja revsiváttan við umsóknini. Um ítøkiligur vandi er fyri, at viðkomandi ikki er egnaður at eiga ella nýta vápn, skal umsitingarmyndugleikin nokta viðkomandi vápnaprógv. Tað skal vera møguligt hjá umsitingarmyndugleikanum at taka vápnaprógvið aftur, um umstøður taka seg upp, ið viðføra, at viðkomandi ikki longur verður mettur egnaður at hava vápnaprógv. Her verður serliga hugsað um umstøður, ið høvdu havt við sær, at viðkomandi ikki hevði verið mettur egnaður at fáa vápnaprógv í fyrstu syftu. Leggur lansstýrismaðurin heimildir sínar at útskriva og taka aftur vápnaprógv til annan myndugleika, eigur at verða ásett, at hesar avgerðir kunna kærast til landsstýrismannin ella ávísa kærunevnd. Tíðarætlan Hetta er fyrstu ferð, at skotið verður upp at seta krøv til fólk, ið eiga og nýta skotvápn so sum slættpípaðar haglbyrsur. Tí er tað neyðugt at geva rímiligt skotbrá til bæði fólk og umsiting at laga seg til nýggju viðurskiftini. Í tøknifrágreiðingini hjá Eyðfinni Magnussen Haruveiðan í Føroyum 2013 verður mett, at umleið 1.000 ymiskir persónar skutu haru í harutíðini 2013. Harutíðin er í november og desember mánaði. Tað er ikki so, at hvør einstakur, ið skjýtur harur, boðar Eyðfinni Magnussen frá, men út frá teimum fráboðanum, hann hevur fingið, er hetta hansara besta meting. Tað hevur ikki verið gjørligt at funnið hagtøl um aðra veiðu, t.d. fugl. Í tøknikanningini hjá Eyðfinni Magnussen er einki boð upp á aldur á hesum fólkum. Sambært hesum lógaruppskoti verður ikki neyðugt hjá persónum, sum eru føddir 31. desember 1975 ella áðrenn, og sum lógliga eiga skotvápn, tá lógin kemur í gildi, at taka vápnatrygdarskeið fyri at søkja um vápnaprógv. Tað er sostatt trupult at meta um, hvussu nógv fólk fara at taka vápnatrygdarskeiðið, ið er tann mest tíðarkrevjandi parturin av hesi lógarbroytingini. Um helvtin av hesum fólkum velja at taka vápnatrygdarskeið, so vil tað taka rúma tíð at fáa tey øll ígjøgnum hetta. Tí verða trygdarátøkini sett í gildi við ávísum millumbilum, so at bæði fólk og umsiting hava møguleika at fyrireika seg til nýggju krøvini. Somuleiðis skulu fleiri av trygdarátøkunum ásetast nærri í kunngerð, og hetta arbeiðið kann ikki byrja, fyrr enn lógarbroytingin er samtykt. Ummæli Hetta uppskotið hevur verið til ummælis hjá Bóndafelag Føroya, Búnaðarstovuni, Dátueftirlitinum, Djóralæknastovuni, Djóralæknatænastuni, Eyðfinni Magnussen, 6/18

Fiskimálaráðnum, Føroya Kommunufelagi, Føroya Kærustovni, Føroya Landfúta, Havbúnaðarfelagnum, ÍSF, Kommunusamskipan Føroya, Mentamálaráðnum, Sands Skjótifelagi, Skjótisambandi Føroya, Sunda Byrsufelagi, Trygd, Tryggingarfelagnum Føroyar, Veiðifelagnum Byrsumúli, Veiðufelag Føroya, Vinnuhúsinum og Vinnumálaráðnum. Ummæli er komin frá: Búnaðarstovuni, Eyðfinn Magnussen, Tryggingarfelagnum Føroyar, Trygd, Veiðifelagnum Byrsumúli, Ítróttarsambandi Føroya, Skjótisambandi Føroya, Veiðifelag Føroya, Føroya Arbeiðsgevarafelag, Havbúnaðarfelagnum, Handilsvinnufelagnum, Bóndafelag Føroya, Bárði Poulsen, Persóni, nevndur bn14apr, Søvnum Landsins, Fiskimálaráðnum, Føroya Kærustovni og Dátueftirlitnum. Sí viðlagda ummælisskjal, fylgiskjal 2. Einstøku ummælini eru eisini viðløgd sum fylgiskjal 1 og 3-18. Kapittul 2. Avleiðingarnar av uppskotinum Fíggjarligar avleiðingar fyri land og kommunur Vápnatrygdarskeiðið skal gjaldast av teimum, ið taka hetta, og sostatt verður eingin fíggjarlig avleiðing fyri land ella kommunu. Vápnaprógvið, sum verður útskrivað av landsstýrismanninum ella einum myndugleika, sum hann leggur sínar heimildir til, fer at kosta nakað. Heimild verður at taka avgreiðslugjald fyri at útskriva vápnaprógvið. Tá kravt verður, at øll skotvápn skulu skrásetast, so kemur ein slík skráseting at kosta nakað. Ongi krøv eru sett í lógaruppskotinum um, hvussu henda skráseting skal verða gjørd. Tað kann tí vera alt frá skráseting í eini hondskrivaðari bók til skráseting í einum dátugrunni. Umsitingarligar avleiðingar fyri land og kommunur Innihaldið í vápnatrygdarskeiðnum skal góðkennast av landsstýrismanninum ella tí myndugleika, sum hann leggur sínar heimildir til. Hetta fer at hava nakrar umsitingarligar avleiðingar við sær fyrstu ferð, at tilfarið skal góðkennast, men síðani verður tað einans, tá broytingar verða gjørdar. Hetta arbeiðið fer ikki at krevja fleiri starvsfólk. Vápnaprógvið skal somuleiðis útskrivast eftir umsókn, og hetta fer eisini at hava nakað av arbeiði við sær. Eisini skulu øll skotvápn skrásetast. Í skiftistíðini, inntil øll trygdarátøk eru sett í gildi tann 1. januar 2017, fer hetta at krevja eyka arbeiðsorku, kanska upp til ½ starv. Eftir skiftistíðina verður ikki mett, at arbeiðsbyrðan verður størri enn, at hetta kann verða gjørt av teimum vanligu starvsfólkunum. Hetta tí at vápnatrygdarskeið bert skal takast einaferð, og at vápnaprógv bert skal útskrivast einaferð. Somuleiðis skulu skotvápn bert skrásetast einaferð. Men tað fara javnan at koma nýggir persónar, ið skulu hava vápnaprógv, og skotvápn verða eisini seld við jøvnum millumbilum, bæði frá sølumanni men eisini millum privat persónar. Hetta krevur eisini skráseting. Fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna 7/18

Tað verður m.a. vinnan, ið ætlandi fer at bjóða út vápnatrygdarskeið, og verður tað vinnan, sum fer at áseta kostnaðin fyri luttøku. Soleiðis verður eingin fíggjarlig avleiðing fyri vinnuna. Tey, ið ætla at bjóða vápnatrygdarskeið út, skulu fylgja ávísum treytum, og hetta hevur smávegis umsiting við sær fyri tey. Men henda útreiðslan kann verða innroknað í kostnaðin fyri luttøkuna á skeiðnum. Avleiðingar fyri umhvørvið Skjótiroyndin verður hildin á skjótibreyt, og sostatt verða ongar nýggjar avleiðingar fyri umhvørvið uttan møguliga at meira verður skotið. Skrásetingarskyldu fyri borgaran og vinnuna Í dag er kravt, at tey, sum selja skotvápn, føra bók yvir hesa sølu. Frameftir verður eisini kravt, at tey, sum selja skotvápn, skulu boða frá hesi sølu til skrásetingar. Enn er ikki greitt, hvussu hendan fráboðan skal verða gjørd, tí tað valdast, um skrásetingin verður skipað manuelt ella elektroniskt. Kravt verður at fólk, ið ætla at keypa og nýta vápn, skulu hava vápnaprógv og verða skrásett við sínum vápnaprógvi. Somuleiðis skulu øll vápn, ið eitt fólk eigur, verða skrásett. Fer søla av skotvápnum fram millum privatar borgarar, skal hetta somuleiðis skrásetast. Skotvápn, sum eru í umfari, tá henda lógin kemur í gildi, skulu verða skrásett innan 1. januar 2017. Somuleiðis verður seinasti møguleiki at nýta skotvápn uttan vápnaprógv 1. januar 2017. Avleiðingar fyri millumtjóðasáttmálar Ongar avleiðingar verða fyri millumtjóða sáttmálar. Tó er ætlanin, at tað føroyska vápnaprógvið skal lúka krøvini at kunna nýtast sum gestavápnaprógv í okkara grannalondum. Umsitingarligar avleiðingar og heimildir til annan myndugleika Uppskotið áleggur teimum, ið eiga og nýta vápn o.a., og teimum, ið ætla at fáa sær nýggj vápn, at útvega sær vápnaprógv. Til hetta krevst, at ein persónur fyrst stendur eitt vápnatrygdarskeið og síðan kann søkja um vápnaprógv frá landsstýrismanninum ella einum myndugleika, sum landsstýrismaðurin leggur sínar heimildir til. Vápnatrygdarskeiðið verður ætlandi boðið út av vinnuni, men tað almenna t.d. kvøldskúlin kann eisini bjóða seg fram at halda hesi skeið. Vápnaprógvið verður útskrivað av landsstýrismanninum ella einum myndugleika, sum landsstýrismaðurin leggur sínar heimildir til. Í tí sambandi verður eyka umsiting løgd á umsitingarmyndugleikan, ið viðger umsóknina og útskrivar vápnaprógvið. Enn er ikki viðgjørt, um og hvør myndugleiki kann umsita og útskriva vápnaprógv, tí ongin stovnur undir Løgmansskrivstovuni er sjálvsagdur at leggja hesa uppgávuna til. Tað verður tí óivað neyðugt at tosa við hini stjórnarráðini fyri at finna eina hóskandi loysn. Seinast, ein líknandi broyting í vápnalógini var frammi á sumri 2013, var uppá tal, at Umhvørvisstovan kundi útskriva vápnaprógv. Hetta krevur nú góðkenning frá Fiskimálaráðnum, sum varar av Umhvørvisstovuni. Eisini hevur verið umrøtt, at landfútin kundi útskriva vápnaprógv, men tað krevur góðkenning frá ríkismyndugleikunum. So leingi sum uppgávan ikki er løgd til annan myndugleika, er tað Løgmansskrivstovan, sum útskrivar vápnaprógvini. 8/18

Í sambandi við viðgerð av umsókn um vápnaprógv skal umsitingarmyndugleikin gera eina meting, um umsøkjarin er egnaður at fáa vápnaprógv eftir nærri ásettum krøvum, sum landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð. Sostatt fær umsitingarmyndugleikin heimild til at nokta einum persóni at fáa vápnaprógv við tí avleiðing, at viðkomandi ikki kann nýta og útvega sær vápn o.a. Somuleiðis fær umsitingarmyndugleikin heimild at taka vápnaprógvið aftur, um tað seinni vísir seg, at persónurin ikki longur er egnaður at eiga og nýta skotvápn. Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar Fyri landið/landsmyndugleikar Fyri kommunalar myndugleikar Fyri pláss/øki í landinum Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir Fyri vinnuna Ja Nei Nei Ja Nei Umsitingarligar avleiðingar Ja Nei Nei Ja Ja Umhvørvisligar avleiðingar Nei Nei Nei Nei Nei Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur Sosialar avleiðingar Nei Nei Nei Nei Nei Nei Kapittul 3. Serligar viðmerkingar Til 1, nr. 1 Í dag eru allar styrkir av luftbyrsum lógligar, og tað krevst einki loyvi av nøkrum slag. Tá eitt uppskot til broyting í vápnalógini varð sent til ummælis í mai 2013, vísti landfútin á, at til luftbyrsur, størri enn kaliber 5,5 mm, átti vegna teirra styrki at verða sett krav um vápnaprógv. Samsvarandi hesum er skotið upp, at luftbyrsur, størri enn kaliber 5,5 mm, verða bólkaðar saman við slættpípaðum haglbyrsum, og at krøvini til vápnaprógv verða tey somu til bæði sløgini av byrsum. Til 1, nr. 2 Sum tað sæst í viðmerkingini til 1, nr. 1, so verða luftbyrsur 5,5 mm og minni ikki bólkaðar saman við slættpípaðum haglbyrsum, og tí verður ikki nakað krav um vápnaprógv fyri at nýta hesar minnu luftbyrsurnar. 9/18

Til 1, nr. 3 Í dag er tað so, at persónar millum 16 og 18 ár kunnu nýta høglbyrsur, tá tey eru saman við vaksnum fólki. Hetta verður í hesum uppskotinum nágreinað at vera fólk 18 ár og eldri. Skotið verður upp, at persónar millum 16 og 18 ár skulu kunnu nýta luftbyrsur 5,5 mm og minni umframt fjarðabyrsur, tá tey eru saman við persónum 18 ár ella eldri. Til hesa nýtslu er ikki krav um vápnaprógv. Seyðabyrsur, nevndar í 2, stk. 1, nr. 4 í lógini, kunnu persónar niður í 16 ár nýta, uttan at vera saman við persónum 18 ár ella eldri. Hetta er tað sama sum í galdandi lóg. Til 1, nr. 4 Hetta er ein nýggj áseting. Ásetingin er sett inn í lógina eftir, at landfútin alment fleiri ferðir hevur víst á, at hóast persónar við vápnum hava uppført seg vandamikið, hóttandi og ræðandi móti øðrum persónum, so er tað oftani ikki møguligt at revsa teir fyri henda atburð. Hetta kemst av, at í dag skal slíkur atburður vanliga metast eftir revsilógini 266, sum sigur: 266. Den, som på en måde, der er egnet til hos nogen at fremkalde alvorlig frygt for eget eller andres liv, helbred eller velfærd, truer med at foretage en strafbar handling, straffes med bøde eller fængsel indtil 2 år. Hóast slíkur atburður fyri tey fólk, ið eru í nánd, bæði kann følast vandamikil, hóttandi og ræðandi, vil tað oftani ikki vera nóg mikið til at kunnu lúka treytirnar fyri at revsa eftir revsilógini. Heldur ikki um persónurin, ið fremur gerðina, er ávirkaður av rúsdrekka ella rúsevnum. Hetta verður hildið at vera óheppin rættarstøða, sum eisini kann skaða rættarkensluna hjá fólki. Skotið er tí upp at seta eina nýggja grein inn í vápnalógina, sum ásetir, at tað er forboðið at nýta og handfara vápn, nevnd í 1 og 2 í lógini, á ein hátt, ið greitt má metast sum vandamikil, hóttandi ella ræðandi fyri persónar, ið eru í nánd. Hesar treytir eru linari enn tær, ið krevjast eftir revsilógini 266. Eins og onnur brot á vápnalógina kann brot á 2 a revsast við bót. Revsingin kann herðast til fongsul í upp til 2 ár, um brotið er framt við vilja ella av grovum ósketni, undir ávirkan av rúsdrekka ella rúsevnum o.lík., og um sama brot verður endurtikið. Tað er dómarin, sum í hvørjum einstøkum máli, sum verður lagt fyri rættin, íð metir, hvør revsing er hóskandi. Til 1, nr. 5 3 a, stk. 1 Talan verður um eitt fullkomið forboð at flyta inn, útvega sær, hava inni ella ganga við vápnum, sum eru nevnd í 1, stk. 1, nr. 1, og 2, stk. 1, nr. 1, uttan so at viðkomandi hevur vápnaprógv. Hetta fevnir um skotvápn t.d. riflur sbrt. 1, stk. 1, nr. 1, og slættpípaðar haglbyrsur sbrt. 2, stk. 1, nr. 1. Luft- og fjarðabyrsur og sláturamboð, sbrt. 2, stk. 1, nr. 2 og 4, verða ikki fevnd av kravinum um vápnaprógv. 10/18

Í dag er longu krav um serstakt loyvi frá landfútanum til at flyta inn, útvega sær, hava inni ella ganga við skotvápni eitt nú riflur sbrt. 1, stk. 1, nr. 1. Hetta krav verður framvegis galdandi. Frameftir verður tað soleiðis, at ein bæði skal hava serstakt loyvi frá landfútanum umframt vápnaprógv fyri at eiga og nýta, at flyta inn, útvega sær, hava inni ella ganga við skotvápn sbrt. 1, stk. 1, nr. 1. Einki serstakt loyvi krevst til at flyta inn, útvega sær, hava inni ella ganga við slættpípaðum haglbyrsum sbrt. 2, stk. 1, nr. 1. Viðkomandi skal einans verða fyltur 18 ár. Tá henda lógarbroyting kemur í gildi, fer at verða kravt vápnaprógv fyri at kunna eiga og nýta slættpípaðar haglbyrsur sbrt. 2, stk. 1, nr. 1. Herumframt eru í dag bæði í lógini og í kunngerð um vápn ásett fleiri krøv um, at ein skal søkja landfútan ella landsstýrið um loyvi, um ein ætlar at flyta inn, útvega sær, hava inni ella ganga við ymiskum sløgum av vápnum, t.d. byrsum, knívum, bumbum, lóðuri o.ø. Nýggja ásetingin fer ikki at hava ávirkan á tey krøv, ið longu eru galdandi, men fer at seta eyka krøv til tey, ið ætla at flyta inn, útvega sær, hava inni ella ganga við nevndu vápnum, í 1, stk. 1, nr. 1, og 2, stk. 1, nr. 1. Seinast freist at kunna nýta og keypa skotvápn uttan vápnaprógv verður 1. januar 2017. 3 a, stk. 2 Løgfrøðiligir persónar, sum í sínum virki hava serligan tørv á skotvápnum, kunnu søkja um loyvi at keypa og eiga skotvápn. Her skal undirstrikast serligan tørv. Her verður hugsað um eitt nú alifyritøkur, ið nýta riflu at skjóta kóp við, og Vága floghavn sum nýtir byrsur at ræða fugl burtur við. Løgfrøðiligir persónar, ið eitt nú eiga bát ella skip, vilja vanliga ikki hava slíkan serligan tørv á skotvápnum, at teir koma undir hesa áseting. Kravið er, at tað er beinleiðis neyðugt hjá løgfrøðiliga persóninum at nýta skotvápn í virki sínum. Um løgfrøðiligur persónur t.d. skal eiga riflu, so er tað framvegis neyðugt hjá honum at fáa serstakt loyvi frá Føroya Landfúta eisini. Persónarnir, sum skulu nýta skotvápnini, skulu somuleiðis hava vápnaprógv. Henda ásetingin merkir bert, at persónarnir sjálvir ikki noyðast at eiga hesi vápn, tað kann tann løgfrøðiligi persónurin gera. Søkt verður um hetta loyvi sama stað, sum søkt verður um vápnaprógv. 3 b Landsstýrismaðurin skal góðkenna lesiætlanina fyri ástøðiliga partin og skjótiroynd o.a. fyri verkliga partin. Mett verður at tað er hóskandi, at ástøðiligi parturin verður 6 tímar og verkligi parturin, saman við royndini, 2 tímar. Í ástøðiliga partinum skal dentur leggjast á at læra um trygga nýtslu av vápnum sum heild, herundir vitan um byrsur og lóður, trygg goymsla av hesum, røtt fjarstøða til málið, skotið 11/18

verður eftir, møgulig brek, ið vápn kunnu hava, og hvussu hesi tryggast kunnu bøtast, um lóggávuna og hvat er loyvt at veiða. Í verkliga partinum skal dentur leggjast á, at viðkomandi sleppur at royna seg sum mest við sjálvum vápninum undir teimum umstøðum, sum lært verður um í ástøðiliga partinum. Havast skal í huga tær umstøður, ið vápnini oftast verða nýtt til, sum í løtuni eru at skjóta haru og fugl. Hesar umstøður skulu í mest møguligan mun innganga í verkliga partin. Persónar, ið lógliga eiga vápn, nevnd í lógini 1, stk. 1, nr. 1, og 2, stk. 1, nr. 1, tá henda løgtingslóg kemur í gildi, skulu einans útvega sær vápnaprógv, um teir skulu nýta hesi. Tá hesir persónar søkja um vápnaprógv, skulu teir vátta undir revsiábyrgd á umsóknarblaðið, at teir lógligt áttu skotvápn, áðrenn lógin kom í gildi 1. januar 2016. Leggur landsstýrismaðurin heimildir sínar at góðkenna lesiætlan fyri ástøðiliga partin og skjótiroynd o.a. fyri verkliga partin av vápnatrygdarskeiðnum til annan myndugleika, kann verða ásett, at hesar avgerðir ikki at kunnu kærast til landsstýrismannin ella ávísa kærunevnd. 3 c Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð, hvørjar treytir eru fyri at útskriva vápnaprógv. Her fer m.a. at verða ásett, at tey, sum søkja, skulu leggja eina revsiváttan við umsóknini, sum umsitingarmyndugleikin skal brúka í viðgerðini av umsóknini. Revsiváttan. Í eini revsiváttan síggjast einans upplýsingar um brot á revsilógina og lóggávuna um euforiserandi stoffer við hesum avmarkingum: Ákærufrágangur verður ikki tikin við, um tað eru 2 ár síðani, at ákærufrágangurin varð góðkendur í rættinum Sektarrevsing verður ikki tikin við, um tað eru 2 ár síðani endaligu avgerðina. Aðrar avgerðir verða ikki tiknar við, um tað eru 3 ár síðani endaligu avgerðina. Um tann, sum avgerðin viðvíkur, hevur sitið dóm,verður avgerðin tó tikin við, um tað ikki eru 5 ár síðani endaligu leyslatingina. Fyriskipan eftir revsilógini 68-70 verður ikki tikin við, um tað eru 5 ár síðani at fyriskipanin endaliga var sett úr gildi. Eisini fer at verða ásett, hvørjar brotsgerðir, sum síggjast á eini revsiváttan, vanliga ikki eru sambæriligar við, at ein persónar eigur og nýtir vápn. Ikki einhvør brotsgerð, sum sæst í eini revsiváttan, er viðkomandi í hesum føri. Einans tær, ið beinleiðis mugu metast at vera av slíkum slagi, at persónar, ið hava framt slíkar, ikki eiga at eiga og nýta vápn. Hetta kann m.a. vera grovur harðskapur, hóttanir og forfylging av fólki, brotgerðir framdar við vápni og aðrar persónvandamiklar brotsgerðir. Eisini skal vápnaprógv verða noktað persónum, tá greiðar ábendingar ella prógv eru um, at persónurin ikki sálarliga er skikkaður at eiga og nýta vápn. Vápnaprógv eru persónlig, og fyri at hava eina eintýdda eyðmerking av persóninum, verður p-talið hjá viðkomandi skrivað á prógvið. Somuleiðis hevur umsitingarmyndugleikin møguleika at taka aftur vápnaprógv, um myndugleikin seinni gerst varugur við, at onkur hending ella tilburður hevur verið, sum ger 12/18

viðkomandi óegnaðan at nýta vápn. Hetta kann umsitingarmyndugleikin gera av egnum mátti, ella eftir áheitan frá t.d. viðkomandi sjálvum, øðrum fólki ella landsfútanum o.ø. Bæði í samband við útskriving og í samband við afturtøku skal umsitingarmyndugleikin gera eina nágreiniliga meting av ítøkiligu støðuni, áðrenn ein avgerð verður tikin. Landsstýrismaðurin kann eisini áseta, at vápnatrygdarskeið skal endurtakast eftir ávíst áramál. Leggur landsstýrismaðurin heimildir sínar at útskriva og taka aftur vápnaprógv til annan myndugleika, eigur at verða ásett, at hesar avgerðir kunna kærast til landsstýrismannin ella ávísa kærunevnd. 3 d Tá ein persónur hevur staðið vápnatrygdarskeiðið, kann hann søkja um at fáa vápnaprógv hjá umsitingarmyndugleikanum. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur í kunngerð um treytir fyri at útskriva vápnaprógv sbrt. 3 c. Umsitingarmyndugleikin skal eftirkanna, at allar treytir, givnar sbrt. 3 c, eru loknar, og kann nokta at útskriva vápnaprógv, um ávísar grundir, sum verða ásettar í kunngerð, eru til tess. Umsitingarmyndugleikin fær heimild at taka eitt avgreiðslugjald fyri at útskriva vápnaprógv. Hetta gjaldið má ikki vera hægri enn útreiðslurnar, sum umsitingarmyndugleikin hevur av virkseminum at útskriva vápnaprógv, tvs. kostnaðurin av at viðgera, útvega og útskriva vápnaprógv. 3 e Ásett verður greið lógarheimild fyri, at landsstýrismaðurin til nýtslu í málsviðgerðini hevur krav at fáa revsiváttan frá teimum, ið søkja um vápnaprógv. Somuleiðis er greitt ásett, at landsstýrismaðurin hevur krav at fáa upplýst p-tal til nýtslu í málsviðgerð av vápnaprógvi, vápnatrygdarskeiði og skráseting av vápnum. Bæði vápnaprógv og skotvápn eru persónlig og skulu útskrivast og skrásetast til ein ávísan persón, sí tó 3 a, stk. 2 um undantak fyri løgfrøðiligar persónar í serligum førum. Tískil er neyðugt at nýta p-tal hjá viðkomandi, so at eingin ivi eru um, hvør eigur bæði vápnaprógv og skotvápn. Tá vápn verða keypt frá einum vinnurekandi, skal tann vinnurekandi skráseta hesi og boða frá til skrásetingina. Eisini í hesum føri er tað neyðugt, at tann vinnurekandi kann skráseta persónin við p-tal, so einki ivamál er, hvør hevur keypt vápnið. Við hesi ásetingini fær tann vinnurekandi heimild til at krevja at fáa upplýst p-tal frá teimum, sum keypa vápn frá honum. 3 f Einstaklingar, fyritøkur og onnur, t.d. kvøldskúlar, kunnu søkja um góðkenning frá landsstýrismanninum um at bjóða út vápnatrygdarskeið, bæði ástøðiliga og verkliga partin. Kostnaðurin fyri vápnatrygdarskeiðið verður goldin av luttakarunum. Tey, ið bjóða út vápnatrygdarskeið, áseta sjálvi kostnaðin fyri vápnatrygdarskeiðið. 3 g Persónar, ið hava staðið vápnatrygdarskeið uttanlands ella sum liður í síni útbúgving, kunnu fáa føroyskt vápnaprógv, um tað lokna vápnatrygdarskeiðið verður mett at vera á minst 13/18

sama støði sum tað føroyska. Her verður serliga hugsað um fólk, sum hava jagttegn o.tíl., ella sum hava útbúgving, sum inniber nýtslu av vápnum t.d. politistar. Hjá hesum fólkum er ikki neyðugt at taka føroyskt vápnatrygdarskeið fyri at kunna søkja um vápnaprógv. Men tað verður eitt krav, at hesi fólk skulu søkja og fáa útskrivað eitt vápnaprógv, um tey í privatum høpi skulu kunnu nýta egin vápn í Føroyum. Rætturin at nýta nevndu vápn í Føroyum er beinleiðis tengdur at einum føroyskum vápnaprógvi. Umsitingarmyndugleikin kann nokta at flýggja út vápnaprógv og taka tey aftur eftir somu treytum sum hjá teimum, sum søkja um vanligt vápnaprógv sbrt. 3 c. Leggur landsstýrismaðurin heimildir sínar at útskriva og taka aftur vápnaprógv til annan myndugleika, eigur at verða ásett, at hesar avgerðir kunnu kærast til landsstýrismannin ella ávísa kærunevnd. 3 h Landsstýrismaðurin kann leggja sínar heimildir sambært 3 b, stk. 2, 3 d, 3 e, stk. 1 og 2, og 3 f til ein annan myndugleika ella almennan stovn at umsita. Hetta eru heimildir um at góðkenna lesiætlan fyri vápnatrygdarskeið, krøv til skjótiroynd o.a., at útskriva og taka aftur vápnaprógv eftir ásettum treytum sbrt. 3 c og at góðkenna einstaklingar, fyritøkur og onnur, ið ynskja at bjóða út vápnatrygdarskeið. Umsitingarmyndugleikin fær heimild at krevja gjald fyri sínar tænastur. Somuleiðis kann landsstýrismaðurin áseta, at avgerðir, tiknar av hesum myndugleika, kunnu kærast antin til landsstýrismannin ella til eina kærunevnd. Útlegging av heimildunum verður ásett í kunngerð. Kærufreistin er ásett at vera 4 vikur, sum er tann vanliga kærufreistin innan fyrisitingina. Landsstýrismaðurin fær eisini heimild at áseta, at ávíst slag av avgerðum ikki skulu kunna kærast. Hetta kann vera viðvíkjandi avgerðum, har tað ikki verður mett neyðugt ella viðkomandi at hava kærurætt. Avgerðir, sum viðvíkja persónligum rættindum, eiga tó altíð at kunna kærast, um lansstýrismaðurin leggur heimildir sínar til ein annan myndugleika. Enn er ikki viðgjørt, um og hvør myndugleiki kann umsita og útskriva vápnaprógv, tí ongin stovnur undir Løgmansskrivstovuni er at leggja hesa uppgávuna til. Tað verður tí neyðugt at tosa við hini stjórnarráðini fyri at finna eina hóskandi loysn. Seinast, ein líknandi broyting í vápnalógini var frammi á sumri 2013, var uppá tal, at Umhvørvisstovan kundi útskriva vápnaprógv. Hetta krevur nú góðkenning frá Fiskimálaráðnum, sum varar av Umhvørvisstovuni. Eisini hevur verið umrøtt, at landfútin kundi útskriva vápnaprógv, men tað krevur góðkenning frá ríkismyndugleikunum. So leingi sum uppgávan ikki er løgd til annan myndugleika, er tað Løgmansskrivstovan sum útskrivar vápnaprógvini. Til 1, nr. 6 Í galdandi lóg er ásett í 4, stk. 1 og 2, at landsstýrið kann áseta reglur um, hvussu persónar, ið sita við lutum og tilfari, sum koma undir 1 og 2 í lógini, skulu boða frá hesum. Eisini kann landsstýrið áseta reglur um, hvussu hesir lutir og evni í 1 og 2 í lógini, skulu 14/18

goymast. Við hesum lógaruppskotinum verður orðingin dagførd og heimildin víðkað eitt sindur. Ásetingin í 4 heimilar í stk. 1 landsstýrismanninum at áseta reglur um fráboðan og skráseting av skotvápnum, byrsum, lutum og tilfari, sum er nevnt í 1 og 2 í lógini. Í stk 2 verður landsstýrismaðurin heimilaður at áseta reglur um goymslu av vápnum. Við hesi heimild er ætlanin at seta krav um, at vápn antin skulu hava vápnalás ella verða goymd í vápnaskápi, sum kann læsast. Í stk. 3 verður landsstýrismaðurin heimilaður at áseta treytirnar hjá vinnurekandi at handla við lutum og tilfari, ið kemur undir 1 og 2 í lógini, og hvussu tey skulu skráseta og boða frá sølu av vápnum. Vinnurekandi, sum selja vápn o.a., skulu skráseta, hvat slag av vápni verður selt, og til hvønn persón selt verður til, og skulu fráboða hetta til eina vápnaskráseting. Sambært 3 e, stk. 3 er tað heimilað vinnurekandi, ið selja vápn, at fáa upplýst p-tal hjá persónum, sum teir selja vápn til. Vápn skulu skrásetast til ein ávísan persón, og tað verður mett neyðugt at nýta p-tal til skrásetingina fyri at kunna tryggja eintýdda eyðmerking av persóninum, ið eigur vápnið. Til 1, nr. 7 Fylgibroyting tí eitt nýtt stykki verður sett í 4. Nýggja stykki er 4, stk. 3. Til 1, nr. 8 Í 7 eru revsiásetingarnar. Revsiásetingarnar verða við hesum lógaruppskotinum dagførdar og nágreinaðar. Hefti sum revsing varð strikað við eini broyting í revsilógini, sum fekk gildi 1. januar 2010. Frá hesum degi er tað ikki longur møguligt at døma heftirevsing. Hefti (hefting) er tí strikað sum revsing í vápnalógini. Í stk. 1 er ásett, at brot á 1, 2, stk. 2, 2 a, 3, stk. 1, 3 a, 3 e, 4, stk. 3, og 5 verða revsaði við bót. Í stk. 2 sæst, at revsingin verður tann sama sum nú, bót og fongsul í upp til 2 ár, um brotið er framt við vilja ella av grovum ósketni undir ávirkan av rúsdrekka ella rúsevnum o.lík., og um sama brot verður endurtikið. Sum nakað nýtt er í stk. 2 sett inn, at tað er ein herðandi umstøða, at brotið er framt undir ávirkan av rúsdrekka ella rúsevnum o.lík. Her verður serliga hugsað um brot á 2 a. Eisini er í stk. 3 sett inn heimild at áseta revsing í kunngerð og í stk. 4 heimild at revsa løgfrøðiligar persónar. Ásetingin í stk. 5 um, at málini verða viðgjørd sum politimál, er tann sama sum í galdandi lóg. Tilvísingarnar til rættargangslógina eru dagførdar. Til 2 15/18

Gildiskomuáseting. Løgtingslógin kemur í gildi 1. januar 2016. Orsøkin til, at skotið er upp, at løgtingslógin skal fáa gildi 1. januar 2016, er, at tað í fleiri førum skulu ásetast nærri reglur í kunngerð. T.d. við heimild í 3 c um vápnaprógv og við heimild í 4, stk. 1-3 um fráboðan, skráseting og goymslu av vápnum. Hesar reglur kunnu ikki verða gjørdar, fyrrenn lógaruppskotið er samtykt. Eisini skal undirvísingartilfar til vápnatrygdarskeið gerast og góðkennast. Ein skráseting at skráseta bæði vápn og vápnaprógv skal skipast, og eisini skal spurningurin um umsitingarmyndugleika viðgerast. Til 3 Í 3 eru skiftisregur ásettar. Stk. 1. Av tí at einki krav fyrr hevur verið til at eiga og nýta eitt nú slættpípaðar haglbyrsur, má tað roknast við, at tað eru rættiliga nógvir persónar, sum eiga slík skotvápn. Somuleiðis er tað møguligt, at tað eru fleiri, sum hava loyvi at eiga riflur o.a. Tað kann eisini hugsast, at stórur partur av hesum skotvápnum ikki longur verða nýtt. Tað kann vera, at fólk hava fingið vápn í arv ella gávu, ella at tey ikki longur hava áhuga í at nýta vápnini, sum tey sjálvi hava ognað sær. Tað eigur ikki at vera kravt, at hesir persónar annaðhvørt skulu noyðast at taka vápnaprógv ella at burturbeina síni vápn. Tað verður tí ásett, at nevndu lógligu vápn, sum viðkomandi átti, áðrenn henda løgtingslógin kemur í gildi, framvegis kunnu eigast lógliga uttan at taka vápnaprógv. Men tað er einans ognarskapurin, sum er lógligur. Hesi vápn mugu ikki nýtast uttan vápnaprógv. Somuleiðis er heldur ikki møguligt at ogna sær nýggj vápn, hvørki við keypi, arv ella gávu, uttan at fáa sær vápnaprógv. Heldur ikki er møguligt at geva nevndu vápn burtur uttan so, at móttakarin hevur vápnaprógv. Viðv. vápnum, nevnd í lógini 1, stk. 1, nr. 1, krevst framvegis serstakt loyvi frá landfútanum fyri, at hesi kunnu vera lóglig. Stk. 2. Ásett verður sum skiftisregla, at kravið um vápnaprógv kemur í gildi 1. januar 2017. Inntil tá verða somu krøv galdandi til skotvápn o.a., sum eru í dag. Hetta merkir, at tað ber til at nýta hesi vápn uttan vápnaprógv ella vápnatrygdarskeið. Somuleiðis ber til at keypa lóglig skotvápn uttan vápnaprógv. Men frá 1. januar 2017 skulu øll hava vápnaprógv, ið ætla at nýta ella keypa skotvápn. Persónar, sum ogna sær skotvápn í skiftistíðarskeiðnum millum 1. januar 2016 og 1. januar 2017, mugu innan 1. januar 2017 hava útvegað sær vápnaprógv. Hesir persónar kunnu ikki koma undir skiftisregluna í 3, stk. 1 í hesi broytingarlóg, sí viðmerkingina til stk. 1. Hetta tí, at skiftisreglan í 3, stk. 1 einans er ætlað teimum, ið lóglig eiga skotvápn, tá løgtingslógin kemur í gildi tann 1. januar 2016, og sum ikki ætla at nýta ella at útvega sær fleiri. Stk. 3. Hetta er ein serlig skiftisregla til persónar, ið eru føddir 31. desember 1975 ella áðrenn, tvs. persónar, sum eru minst 40 ár, tá henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2016. Ásett er, at um hesir persónar lógliga eiga vápn, nevnd í 1, stk. 1, nr. 1 ella 2, stk. 1, nr. 1 í lógini, tá henda løgtingslóg kemur í gildi, nýtast teir ikki at taka vápnatrygdarskeið fyri at 16/18

kunna søkja um vápnaprógv. Tað verður sjálvboðið hjá teimum at taka vápnatrygdarskeið. Kravt verður, at persónar, sum eru 40 ár og eldri, á umsóknablaðnum undir revsiábyrgd vátta, at teir lógliga áttu vápn, nevnd í 1, stk. 1, nr. 1 ella 2, stk. 1, nr. 1 í lógini, áðrenn henda løgtingslóg kom í gildi, t.e. 1. januar 2016. Undantikið, at tað er sjálvboðið hjá hesum persónum at taka vápnatrygdarskeið, so eru allar aðrar treytir, ið eru fyri vápnaprógv, eisini galdandi fyri teir. Teir skulu somuleiðis útvega sær vápnaprógv, við ella uttan vápnatrygdarskeið, í seinasta lagi 1. januar 2017. Hjá teimum, sum ikki hava tikið vápnatrygdarskeið, verður eitt frámerki sett á vápnaprógvið. Stk. 4. Tað hevur fyrr verið roynt at geva fólki eitt sokallað frit lejde, sum á føroyskum verður nevnt frítt at fara. Hetta er ein møguleiki hjá fólki í eitt ávíst tíðarskeið at lata landfútanum ólóglig vápn ella lutir, sum tey eiga ella liggja inni við, uttan at landfútin rættarsøkir tey fyri at hava ólóglig vápn. Hetta verður roynt aftur, nú krav verður sett um vápnaprógv, soleiðis at tey, ið eiga ólóglig vápn, eitt nú riflur, fáa møguleika at lata landfútanum vápnini, uttan at tey løgfrøðiliga kunnu lastast fyri tey vápn, ið verða latin inn hetta tíðarskeiðið. Eftir at tíðarskeiðið er runnið, verður aftur sum vant møguligt hjá landfútanum at rættarsøkja fólk fyri at eiga ella liggja inni við ólógligum vápnum og lutum. Skotið er upp, at tíðarskeiðið at lata landfútanum ólóglig vápn og lutir, verður frá 1. januar 2016 og til og við 30. juni 2016. Vápn, sum av antikvariska mynduleikanum verða mett at hava serligan mentanarsøguligan týdning fyri Føroyar, kunnu í samráð við Føroya Landfúta latast Søvnum Landsins til varðveitslu. Her verður hugsað um eitt nú riflur frá minuskjóting og vápning av skipum frá seinna heimsbardaga. Løgmansskrivstovan, xx. februar 2015 Kaj Leo Holm Johannesen løgmaður / Marjun Hanusardóttir Fylgiskjal 1: Ummælisskriv frá Føroya Landfúta Fylgiskjal 2: Ummælisskjal Fylgiskjal 3: Ummælisskriv frá Búnaðarstovuni Fylgiskjal 4: Ummælisskriv frá Eyðfinn Magnussen Fylgiskjal 5: Ummælisskriv frá Tryggingarfelagnum Føroyar Fylgiskjal 6: Ummælisskriv frá Trygd Fylgiskjal 7: Ummælisskriv frá Veiðifelagnum Byrsumúli Fylgiskjal 8: Ummælisskriv frá Ítróttarsambandi Føroya Fylgiskjal 9: Ummælisskriv frá Skjótisambandi Føroya Fylgiskjal 10: Ummælisskriv frá Veiðifelagi Føroya 17/18

Fylgiskjal 11: Ummælisskriv frá Føroya Arbeiðsgevarafelag, Havbúnaðarfelagnum og Handilsvinnufelagnum Fylgiskjal 12: Ummælisskriv frá Bóndafelag Føroya Fylgiskjal 13: Ummælisskriv frá Bárði Poulsen Fylgiskjal 14: Ummælisskriv frá Persóni nevndur bn14apr Fylgiskjal 15: Ummælisskriv frá Søvnum Landsins Fylgiskjal 16: Ummælisskriv frá Fiskimálaráðnum Fylgiskjal 17: Ummælisskriv frá Føroya Kærustovni Fylgiskjal 18: Ummælisskriv frá Dátueftirlitnum Fylgiskjal 19: Ummæli frá Føroya Landfúta um antikvarisk vápn 18/18