FRÁGREIÐING TOLLMÁLIÐ HJÁ P/F N. NICLASEN, SØRVÁGUR

Relaterede dokumenter
Sagsøgeren har påstået sagsøgte dømt til at betale kr. med procesrente fra den 26. juni 2003, subsidiært procesrente fra den 22. april 2008.

Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding av elinnleggjarum

Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging

forbindelse med både ansættelse, ændring i ansættelsesforhold og ved afslutning af ansættelsen.

Álit. viðvíkjandi klagu um manglandi svar upp á innlitsumbøn

Givið út 30. mai 2017

Álit Viðvíkjandi klagu um vantandi fráboðan, grundgeving og kæruvegleiðing í avgerðum hjá TAKS

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

DOM. Under denne sag, der er anlagt den 16. august 2010, har sagsøgerne, A, B, C, D, E, F, H, I, J og K, nedlagt påstand om:

P/F EIK BANKI YVIRI VIÐ STROND 2 POSTBOX TÓRSHAVN Føroyar

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

Liðugfráboðan til eftirlits av Brunaávaringarskipan

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

Álit. viðvíkjandi klagu um handfaringina hjá Hvalbiar kommunu av eini innlitsáheitan

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál. Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess

Málsgongd Við skrivi, dagfest 12. desember 2008, sendi Mentamálaráðið soljóðandi uppsøgn til klagaran:

Løgtingið. Tórshavn, tann 24. februar 2009 Vmr J.Nr.:

11. december (Indsendelsesbekendtgørelsen) Kapitel 1 Anvendelsesområde

Viðvíkjandi: P/f Tryggingarfelag Føroyar yvitekur virkisøkið frá P/f Trygd

Vegleiðing um krøv í løgtingslóg um tryggingarvirksemi til nevndarlimir og stjórnarlimir um førleika og heiðursemi (fit & proper)

Skatta- og avgjaldsmál avgerðir

Heilsu- og innlendismálaráðið

Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland

Uppskot. til. løgtingslóg um rættindi løntakaranna í sambandi við, at landsstýrið yvirtekur mál og málsøki frá ríkismyndugleikunum

LØGMANSSKRIVSTOVAN LØGDEILDIN

Heilsu- og innlendismálaráðið

Gamlar myndir úr Norðuroyggjum

Álit viðvíkjandi handfaring av umbøn um innlit í byggimál hjá Tórshavnar kommunu.

HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ

Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál

LANDSGRANNSKOÐANIN. Frágreiðing. um umskipanina av Føroyagrunninum frá 1971 til ein sjálvsognargrunn. latin løgtingsgrannskoðarunum

Fíggjarmálaráðið. Løgtingið Dagfesting: 7. februar 2018 Mál nr.: 17/ Málsviðgjørt: JEK

DOM. De sagsøgte har nedlagt påstand om frifindelse, således at Skatte- og afgiftkærenævnets afgørelse af 9. november 2016 stadfæstes.

Løgmansskrivstovan. Løgtingið Dagfesting: 11. november 2016 Mál nr.: /16 Málsviðgjørt: GJ

23 Uppskot til løgtingslóg um umskipan av Føroya Lívstrygging Skjal 0. Frágreiðing um umskipan av Føroya Lívstrygging til partafelag

Vinnukærunevndin - avgerðir

Løgtingsmál nr. 84/2010: Uppskot tilríkislógartilmæli um gildiskomu í Føroyum av lóg um Fólkatingsumboðsmann. U p p s k o t. til

Grannskoðaraeftirlitið. Grannskoðaraeftirlitið. Ársfrágreiðing. Almannakunngjørd 23. juni 2017

Grannskoðaranevndin. Dagfesting: 24. mars GN-1/2014 (j. nr. hjá Skráseting Føroya 11/00060) móti. Løggildum grannskoðara Jógvan Amonson

Frágreiðing frá Skipaeftirlitinum um arbeiðsvanlukku umborð á Túgvusteini hin

Veiðihagtøl fyri lunda Bergur Olsen og Jens-Kjeld Jensen

LØG M A N S S K R I V S T O V A N. P r i m e M i n i s t e r s O f f i c e

Orðið eigur í føroyskari felagsverklóg 1

Kanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum

Klagan til TV2. Hvat kann gerast. Upplivdi illveðrið í 1932, ið beindi fyri formanni í FF. Livravirkið á Eiði. Frásøgn hjá Andrew Godtfred:

Álit. viðvíkjandi klagu um vantandi innlit í mál um keyp av heimasíðu hjá Kringvarpi Føroya

Løgtingið Argir, 29. februar Løgtingsmál nr. 70/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tollsatsir.

- Webundersøgelse, Fólkaskúlaráðið, oktober Fólkaskúlaráðið. Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på

Felagslívstrygging. fyri limir í Føroya Fiskimannafelag. Havnar Arbeiðsmannafelag Føroya Arbeiðarafelag. Felagslívstrygging

IV. Álit og aðrar niðurstøður hjá umboðsmanninum í málum avgreidd í 2005

Bygnaðarbroytingar, tænastumenn og grundgevingar

Sigurd fekk medalju fyri sigling í krígstíð í Íslandi

Under arbejdet med kunngerðini er jeg blevet opmærksom på 3 områder i loven, jeg mener vi lige må tænke over en ekstra gang.

Løgtingsmál nr. xx/2008: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tænastumenn landsins. Uppskot. til

Føroya Arbeiðarafelag Felagslívstrygging

Akademiútbúgvingin. Próvtøkan juni Føroya Handilsskúli

Marius smíðar bát í Íslandi. ALS 10 ár. Stór frásøgn frá hátíðarhaldinum. Bjarni Djurholm má steðgast og fiskimonnum má vera tryggjað rættindi.

Løgtingsmál nr. 59/2014: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar

Søgan um "Vesturhavið Blíða"

Álit um stýrisskipanarviðurskifti Føroya

Tine Færch Jørgensen. Til Trafik- og Byggestyrelsen

Svar uppá fyrispurningar frá fíggjarnevndini til uppskot til FL 2000.

Vegleiðing at dagføra GPS-kort. Tillukku við tínum keypi av GPS-korti. Kortið fevnir um Føroyar.

Havnar Arbeiðsmannafelag Føroya Arbeiðarafelag Felagslívstrygging. Havnar Arbeiðsmannafelag Føroya Arbeiðarafelag Felagslívstrygging

Grannskoðaraeftirlitið. fghjklæøzxcvbnmqwertyuiopåasdfghj. Ársfrágreiðing og 2010

Álit. viðvíkjandi. víðkan av føroysku útbúgvingarstuðulsskipanini til allar lesandi føroyingar uttanlands

Landsstýrismálanevndin hevur viðgjørt málið á fundum 30. oktober 2012, 22. januar, 21. mars og 11. apríl 2013.

23 Uppskot til løgtingslóg um umskipan av Føroya Lívstrygging Skjal 2

Almannastovan. Almannastovan. Skjal 11. Dagur J. nr I. Almanna- & Heilsumálastýrið Fyrisitingardeildin Eirargarður Tórshavn

V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð

Alternativur flogvøllur í Føroyum.

Námsferð 25. mai 5. juni 2017

Aftaná eitt misálit Tað hjálpir einki bert at seta nýggjan landsstýrismann. Tað, sum ræður um, er ein fullkomilig umskipan av fiskimálaráðnum.

Almennar tryggingartreytir fyri P/F Tryggingarfelagið Lív

Fólkaheilsukanning Hvussu hevur tú tað 2015

Børn og doyving Kunning til foreldur

Minni um teir, sum sigldu og teir, sum doyðu undir krígnum Ferðin hjá "Johannu" eitt rimmar tiltak.

Klagan, sum var viðheft teldubrævinum, er dagfest 29. desember 2014, og var soljóðandi:

Álit um stýrisskipanarviðurskifti Føroya

Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin. Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014

Løgtingið Tórshavn, tann 9.juni 2015 J.nr.: 12/ Løgtingsmál nr. / 2015: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar søloven

Januar Tryggingartreytir. Hundaábyrgdartrygging

Kunngerð. grannskoðaraváttanir v.m.

Bekendtgørelse af overenskomst af 2. februar 2007 med Island om den maritime afgrænsning mellem Færøerne og Island

Konference om affald på havet

Kirkjuligt Missiónsblað

Uppskot. til. Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar soljóðandi lóg:


V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð. Løgtingið Tórshavn, tann 1. desember 2014 Vmr. J.Nr.: 14/

Fakturablanketten virk.dk. 1 At senda elektroniskar rokningar við fakturablanketten

samstarva At veita eina um skjóta hettar og tilboðið: goða viðgerð til kvinnur við burðartunglyndi.

Føroya Arbeiðarafelag. Havnar Arbeiðsmannafelag. Felagslívstrygging. Havnar Arbeiðsmannafelag. Føroya Arbeiðarafelag. Felagslívstrygging

LØG M A N S S K R I V S T O V A N. P r i m e M i n i s t e r s O f f i c e

Frágreiðing. frá. fráboðaðum eftirlitsvitjanum

Løgtingsmál nr. 28/2005: Uppskot til samtyktar um norðurlendskan sáttmála um fólkayvirlit. Uppskot. til. samtyktar

Januar Almennar tryggingartreytir

Mikudagin TANN 15. apríl verður ráðstevna á Hotel Føroyum um multiresistentar bakteriur og antibiotikaresistens

Løgtingið Tórshavn, tann 3. mars 2015 VMR j.nr.: 15/00009 Viðgjørt: SPS

Álit viðvíkjandi klagum um starvssetanir í Suðuroyar musikkskúla. Við skrivi, dagfest 16. februar 2014 sendi A umboðsmanninum soljóðandi klagu:

Transkript:

FRÁGREIÐING UM TOLLMÁLIÐ HJÁ P/F N. NICLASEN, SØRVÁGUR Jørgen Niclasen hevur biðið undirritaða kanna skjølini í tollmálinum hjá P/f N. Niclasen og út frá hesum skjølum skriva eina frágreiðing um málið. Eisini eri eg biðin um at gera tær niðurstøður, sum skjølini geva høvi til. Eg havi fingið atgongd til øll skjølini í málinum. Eg havi verið í skjalagoymsluni á Løgmansskrivstovuni og fingið útflýggjað avrit av øllum teimum skjølum, sum eg havi umbiðið. Eisini havi eg fingið øll skjølini frá Fíggjarmálaráðnum, sum annars lógu á goymslu hjá Løgmansskrivstovuni, útflýggjað. Eisini havi eg fingið útflýggjað skjøl, sum hava verið í varðveitslu hjá TAKS. Ein listi yvir tey skjøl, sum liggja til grund fyri hesi kanning, verður viðfestur sum fylgiskjal 1, eins og avrit av øllum skjølunum, sum framganga av hesum lista, verða viðløgd. Eg meti, at skjølini eru dekkandi fyri at lýsa faktisku viðurskiftini í málinum. Í frágreiðingini verða avhoyringar til løgreglufrágreiðing endurgivnar partvíst. Talan er ikki um eina fullkomna endurgeving, men eg meti, at endurgevingarnar eru dekkandi fyri innihaldið í hesum løgreglufrágreiðngum. Tær niðurstøður, sum eru gjørdar, eru mínar egnu niðurstøður. Skjalatilfarið er rættiliga umfatandi, men við tað at talan er um viðurskifti, sum eru eini 20 ára gomul, kann vera trupult at gera eina samlaða meting. Jørgen Niclasen upplýsir, at hann ikki hevur nøkur skjøl, sum viðvíkja málinum. Øll skjølini, sum liggja til grund fyri hesi frágreiðing, eru útvegaði frá Løgmansskrivstovuni og TAKS. Eg meti tó, at skjølini, sum fyriliggja, geva eina góða mynd av, hvør gongdin í málinum hevur verið. Samsvarandi hesum skal eg geva hesa frágreiðing um málið: Frágreiðing P/f N. Niclasen, Sørvágur, er stovnað í 1939. Felagið hevur fingist við reiðaravirksemi, fiskaframleiðslu og handilsvirksemi. Síða 1 av 15

Eg havi fingið upplýst, at felagið var í tungum fíggjarligum sjógvi í sjeyti- og áttatiárunum. Seinast í áttatiárunum kom felagið í veruligar fíggjarligar trupulleikar. Felagið hevði tá munandi skuld til vanligar kreditorar og til tollvaldið. Í 1983 fekk felagið tilsøgn frá tollvaldinum um tollkreditt. Í hesum sambandi veitti felagið tollvaldinum eina bankatrygd uppá kr. 100.000. Jørgen Niclasen bleiv skrásettur stjóri fyri felagið í september 1989. Helst orsakað av fíggjarviðurskiftum felagsins, og tí felagið skyldaði toll, sendi Føroya Tollstova tann 29. januar 1988 skriv til Skipafelagið Føroyar, har boðað verður frá, at tollkreditturin hjá P/f N. Niclasen verður uppsagdur. Skrivið er ikki sent til P/f N. Niclasen. Jøgen Niclasen upplýsir, at hann ikki varð kunnaður um hetta skriv, tá hann í 1989 tók við sum stjóri fyri felagið. Jørgen Niclasen upplýsir, at hann tók við stjórastarvinum í eini roynd at endurstovna felagið. Saman við beiggjunum vórðu royndir gjørdar at fáa avtalur við kreditorar felagsins. Hesar royndir byrjaðu longu í 1988. Tann 27. oktober 1988 vórðu kr. 500.000 skotnar inn í felagið sum nýggjur partapeningur. Partapeningurin, kr. 500.000, varð allur brúktur til at rinda tollskuldina niður við. Í august 1989 varð umsókn send Føroya Tollstovu um eftirgeving av rentum, móti at felagð rindaði ta skuld, sum felagið hevði til tollstovuna. Jørgen Niclasen tók samband við ein advokat at hjálpa til við hesi uppgávu. Av skrivi frá Advokatgarðinum til Føroya Tollstovu frá 20. august 1989 framgongur, at samlaða skuldin til tollstovuna tá var kr. 2.332.115,69, herav tilskrivaðar rentur vóru kr. 769.677,57. Av skrivinum framgongur, at samlaða skuldin fyri árini 1984-1989 er kr. 1.882.848. Skuldin fyri 1988 er kr. 276.898,75 og fyri 1989 kr. 172.372,70. Reina tollskuldin uttan rentur var pr. 20. august 1989 sostatt kr. 1.562.442,12. Við nevnda inngjaldi uppá kr. 500.000 tann 27. oktober 1988 bleiv skuldin niðurgoldin til kr. 1.062.442,12. Advokatur felagsins skeyt upp eina semju um, at felagið rindaði eitt kontant gjald uppá kr. 500.000, ímóti at restskuldin og renturnar vórðu strikaðar. Grundgevingin fyri umsóknini var, at felagið var komið í eina slíka fíggjarliga støðu, at felagið ikki einsamalt var ført fyri at koma burtur úr hesum. Ein fortreyt fyri rekonstruktión av felagnum var, at ein avtala kundi fáast í lag við kreditorar felagsins og við Tollstovuna. Í nevnda skrivi verður einki sagt um, at tollkreditturin hjá P/f N. Niclasen skal vera uppsagdur. Sum liður í málsviðgerðini sendi Føroya Tollstovan, Vága deild, skriv til Føroya Tollstovu um skuldina hjá felagnum, sum pr. 12. september 1989 verður uppgjørd til kr. 1.062.441,92, tá rentur ikki eru íroknaðar. Síða 2 av 15

Av rakstrarroknskapi, sum er latin tollvaldinum fyri 1988, framgongur, at felagið í 1988 hevði eitt rakstrarhall uppá kr. 480.000. Samlaða vørusølan hetta árið var kr. 5,3 mió., og bruttovinningurin var uml. kr. 1 mió. Av fíggjarstøðuni framgongur, at felagið í oktober 1988 hevði eina samlaða skuld uppá kr. 5,3 mió. Av skrivi frá Føroya Tollstovu frá 22. januar 1990 framgongur, at tollstovan í september 1988 hevur lýst úttøku í ognum hjá felagnum fyri kr. 1.629.789. Av einum skrivi frá Føroya Tollstovu, Vága deild, til Føroya Tollstovu, dagfest 22. januar 1990, framgongur, at felagið hevur biðið um at fáa úttøkuna avlýsta, ímóti at goldnar verða kr. 500.000 beinanvegin, og at síðani verða goldnar kr, 100.000 um mánaðin, inntil øll skuldin er goldin. Av skrivinum framgongur, at uppskotið verður lagt fyri stjóran á Føroya Tollstovu, og at deildirnar vóru samdar um at góðtaka hesa loysn og at avlýsa úttøkuna. Av skrivinum framgongur, at tær kr. 500.000 eru goldnar, meðan avdráttarskipanin uppá kr. 100.000 um mánaðin ikki er goldin. Av skrivinum framgongur, at skuldin pr. 16. januar 1990 uttan rentur er kr. 1.062.442. Í februar 1990 biður landsstýrið um at fáa roknskap felagsins til tess at viðgera umsóknina um skipan av skuldini við tað almenna. Roknskapur varð sendur Føroya Landsstýri við skrivi, dagfest 15. mars 1990. Tann 19. apríl 1990 boðar Føroya Tollstova Advokatgarðinum frá, at uppskotið frá felagnum um at strika tilskrivaðu renturnar verður góðtikið, treytað av at øll tollskuldin, uppgjørd til kr. 1.062.441,92, verður goldin beinanvegin. Av málinum framgongur, at umsóknin frá P/f N. Niclasen um at fáa renturnar eftirgivnar hevur verið til viðgerðar í landsstyrinum tann 9. apríl 1990, sum gekk umsóknini á møti. Advokatgarðurin sendir her eftir skriv í juni 1990 til Føroya Tollstovu og biður um, at treytirnar um gjald av allari skuldini verður broytt, soleiðis at tollskuldin verður goldin yvir eitt 4-ára tíðarskeið við kr. 250.000 um árið. Orsøkin til hesa umbøn um avdráttarskipan sigur advokaturin vera, at felagið ikki er ført fyri at gjalda skuldina í einum. Føroya Tollstova svarar aftur 14. juni 1990 og boðar frá, at tollvaldið einsamalt ikki hevur heimild til at viðgera málið, tí hetta má leggjast fyri landsstýrið til viðgerðar. Føroya Tollstova biður her eftir landsstýrið taka støðu til umsóknina við skrivi, dagfest 14. juni 1990. Av skjølum í málinum framgongur, at tollvaldið javnan hevur fráboðað kassaeftirlit. Undir hesum eftirlitum verður kassin avstemmaður, daglistar yvir inngoldnan toll og skatt, kassabókin, dagliga kassauppgerðarbókin og eftirlit við óinnloystum tollgóðsi. Í einum notati frá 5. desember 1990 verður upplýst, at Grannskoðanardeild Landskassans hevur verið á eftirlitsvitjan í Vágum tann 10. juli 1990. Síða 3 av 15

Í eini frágreiðing til tollstovuna verður sagt, at tað ikki er møguligt at avstemma vørur í varðveitslu hjá tolleftirlitinum, tí ongar bøkur verða førdar yvir tað, sum fer út, og tað, sum kemur inn. Her viðmerkir tollvaldið, at tað í hvørjum einstøkum føri verður latin tolleftirlitinum kvittan fyri ta vøru, sum verður innflutt. Kvittanarseðilin er í trimum eintøkum, eitt hvítt skjal, sum er kvittanin til innflytaran, eitt reytt skjal, sum er roknskaparskjal tolleftirlitsins, og eitt gult skjal, sum verður heft á vøruna, sum verður innflutt. Sagt verður, at sambært reyða kvittanarseðlinum kann tað til eina og hvørja tíð síggjast, hvørjar vørur tolleftirlitið hevur í varðveitslu inni á goymsluni. Hendan skipan kom í gildi áðrenn 10. juli 1990. Tollvaldið er her eftir av teirri fatan, at tollvaldið við hesi skipan hevur fult gott grundarlag fyri at føra eftirlit við teimum vørum, sum tolleftirlitið hevur í varðveitslu. (Herundir tær vørur, sum liggja á goymslu hjá skipafelagnum.) Av skjølunum í málinum framgongur m.a., at kassaeftirlit hevur verið á Føroya Tollstovu í Vágum tann 7. desember 1990. Eisini er vøra viðvíkjandi óinnloystum tollgóðsi kannað. Eftirlitið vísir munandi mongd av eftirstøðum, herundir eisini at vøra hjá P/f N. Niclasen ikki er tollavgreidd. Tað sæst ongastaðni í skjølunum, hvørja niðurstøðu Føroya Tollstova hevur gjørt í hesum sambandi, og einki framgongur um, at nøkur fráboðan er send til P/f N. Niclasen um hetta. Av málinum framgongur, at tollvaldið í 1993 kravdi gjald undir teirri ábyrgd, sum P/f N. Niclasen hevði stillað sum trygd fyri tollkredittinum, áljóðandi kr. 100.000. P/f N. Niclasen setti fram ynski um, at gjald undir ábyrgdini bleiv útsett, til samráðingarnar millum partarnar vóru lidnar, og hetta varð eftir øllum at døma eftirlíkað av tollvaldinum. Tann 1. september 1992 sendi Grannskoðanardeild Landskassans skriv til Føroya Tollstovu viðvíkjandi tollstovudeildini í Sørvági og P/f N. Niclasen. Í skrivinum verður m.a. sagt soleiðis:,,tann 7. juli í ár var ófráboðað kassaeftirlit á tollstovudeildini í Sørvági. Í hesum sambandi varð komið fram til, at P/f N. Niclasen ikki hevði tollgreitt einar 280 sendingar frá 1985 til juli í ár, og upplýst varð, at størsti parturin av vørunum helst ikki var í pakkhúsgoymsluni, men var seldur. Erling Simonsen, deildarleiðari upplýsti, at tá seinasta pakkhúseftirlit varð gjørt 4. januar 1991, var støðan tann sama. P/f N. Niclasen misti tollkredittin í januar 1988 (skrásetta tollskuldin er kr. 2,1 mio.), og sostatt skulu vørurnar tollgreiðast og gjaldast, áðrenn tær verða útflýggjaðar.... Til tess at fáa eitt nágreiniligt yvirlit yvir støðuna í pakkhúsinum í Sørvági gjørdu Tórhallur Patursson og Sveinur Poulsen frá grannskoðanardeildini saman við Erlingi Simonsen frá tollstovuni í Sørvági ófráboðað eftirlit á goymsluni tann 27. august 1992. Síða 4 av 15

Grundarlagið fyri goymslueftirlitinum var vørubókin 4/1-85 til 27/1-92 og ein EDV-listi við sendingum, sum komnar eru aftaná 1. februar í ár. P/f N. Niclasen umsitur avgreiðsluna fyri Føroyaleiðina, og heldur hon til í goymslubygninginum hjá P/f N. Niclasen. xxx, goymslumaður, greiddi frá, at vørur, sum koma til P/f N. Niclasen, liggja á goymslu í pakkhúsinum, til stjórin vil hava tær í handilin. Fyri ein uttanfyristandandi er ógjørligt at síggja, at bygningurin er pakkhúsavgreiðsla hjá einum skipafelagi. Nevnast kann, at timbrið verður pakkað út so hvørt og sett á hillarnar, klárt at selja. Í samráð við Erling Simonsen varð rúsdrekkagoymslan fyrst kannað. Hesin parturin av goymsluni verður hildin fyri seg í einari bingju, og her var onki at viðmerkja. Roynt varð síðani saman við xxx, goymslumanni, at finna fram til vørurnar, sum sambært vørubókini og listanum skuldu verið í pakkhúsinum. Niðurstøðan var, at av teimum 291 ikki tollgreiddu sendingunum til P/f N. Niclasen fram til august 1992 var bert 1, sum kundi staðfestast. Tollstovan í Sørvági hevur fakturaavrit av uml. 150 av teimum 291 sendingunum, og hetta svarar til eina tollupphædd uppá kr. 450.000. Um restin av sendingunum hevur sama virði, er talan í alt um eina tollupphædd uppá 800-900.000 kr. Talan er her um ikki tollgreiddar vørur, sum eru úflýggjaðar og flest allar seldar. Mett verður, at tað, sum er farið fram í samband við útflýggjan av vørum til P/f N Niclasen í Sørvági, er brot á 13 í tolllógini, og at talan eisini kann vera um brot á 31. Grannskoðanardeild Landskassans heitir hereftir í skrivinum á tollstovuna um í samráð við Føroya Landsstýri at taka øll neyðug stig hesum viðvíkjandi, og at grannskoðanardeildin seinni verður kunnað um hetta. Fundur verður avtalaður millum Føroya Tollstovu, Skipafelagið og P/f N. Niclasen tann 11. september 1992. Á fundinum var semja um at býta tollskuldina í tvey, nevniliga tíðin, tá P/f N. Niclasen hevði tollkreditt, og tíðin aftaná. Tað varð eisini umrøtt, at tollstovan hevði havt samráðingar við umboð fyri P/f N. Niclasen uttan at gera skipafelagið vart við støðuna og gjørt avtalu um inngjald til tollstovuna, og í hesum sambandi heldur skipafelagið fast um, at tær kr. 500.000, sum nevndar eru í skrivinum frá 20. august 1989, eru goldnar fyri tollárini 1988, 1989 og frameftir. Samráðingar vóru eisini um, hvussu ein loysn kundi fáast uppá skuldina viðvíkjandi afturgjaldi fyri ta tíðina, sum viðvíkur árini, tá felagið hevði tollkreditt. Á fundinum samdust partarnir um, at tollstovan skuldi fáa eitt yvirlit yvir støðuna hjá felagnum, og síðani skuldi avtalast, hvussu farast skuldi fram viðvíkjandi afturgjaldi og útflýggjan av vørum. Tann 3. mars 1993 vendi P/f N. Niclasen sær aftur til landsstýrið viðvíkjandi tollskuldini. Síða 5 av 15

Felagið vísir í skrivinum á, at landsstýrið fyrr hevur tikið avgerð um at strika tilskrivaðu renturnar, ímóti at øll tollskuldin, uppgjørd til kr. 1.062.442,92, verður goldin beinanvegin. Sagt verður, at tollskuldin uttan rentur er kr. 1.061.944. Harafturat er onnur tollskuld, sum viðvíkur árunum 1988, 1989, 1990 og 1991, uppá tilsamans kr. 604.123. Av hesum eru goldnar kr. 500.000. Felagið hevur áogn mótvegis tí almenna, sum kann mótroknast, uppá kr. 41.602,60, soleiðis at goldnar eru íalt kr. 541.602,60. Eftir at rinda av tollskuld, sum er uppstaðin, eftir at kreditturin er uppsagdur, eru sostatt kr. 62.520, sum felagið býður sær til at rinda beinanvegin. Viðvíkjandi skuldini frá tollkredittinum skjýtur felagið upp, at hon verður niðurgoldin við kr. 25.000 um mánaðin, fyrstu ferð 1. august 1993. Sagt verður, at felagið metir seg kunna yvirliva undir hesum viðurskiftum. Tann 29. juni 1993 boðar tollvaldið Advokatgarðinum frá, at Toll- og Skattstova Føroya ætlar at krevja skipafelagnum eftir kr. 492.841,73, sum er tollskuld fyri árini 1988-1991. Í skrivinum ger tollvaldið Skipafelagnum Føroyar greitt, at felagið hevur ábyrgdina av, at vørur eru útflýggjaðar, sum ikki eru tollaðar, og at ábyrgdin fyri hesum áliggur felagnum eftir 7 í løgtingslóg nr. 23 um innflutningsgjøld frá 11. februar 1950 og sambært 13 í núgaldandi tolllóg, løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1990. Í skrivinum verður gjørt galdandi, at tær kr. 500.000, sum P/f N. Niclasen hevur goldið tollvaldinum tann 27. oktober 1988, ikki kunnu bókast inn á tollskuldina, sum stavar frá tíðini, eftir at tollkreditturin varð uppsagdur, men at hesin peningur skal bókast inn á gomlu tollkredittskuldina hjá felagnum. Sama dag verður eisini skriv sent til P/f Skipafelagið Føroyar, har felagið verður kravt eftir at rinda kr. 492.841,73. Í juli 1993 tekur Toll- og Skattstova Føroya avgerð um at fráboða málið til Fútaskrivstovuna. Hetta verður gjørt við skrivi frá 1. juli 1993. Av skrivinum framgongur, at høvuðsskjalið, sum umsitingin hevur at styðja seg til, er grannskoðarafrágreiðingin frá Grannskoðanardeild Landskassans frá 1. september 1992. Toll- og Skattstova Føroya metir eisini, at talan í hesum føri er um brot á 7, stk. 1, í løgtingslóg nr. 23 frá 11. oktober 1950 um innflutningsgjøld og 13 í tolllógini, løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll. Toll- og Skattstova Føroya metir, at brotið er so mikið álvarsligt, at málið ikki kann avgreiðast sum eitt fyrisitingarligt sektarmál eftir reglunum í 37, stk. 1, men at talan er um mál, sum sambært 37, stk. 6, skal viðgerast sum løgreglumál og møguliga eisini við atliti til revsilógina. Ákæruvaldið verður tí biðið um at viðgera málið við atliti til møguliga ákæru fyri brot á tolllógina og møguliga revsilógina. Tað tykist at hava avgerandi týdning fyri metingina hjá hjá Toll- og Skattstovu Føroya, at tollvaldið hevur havt eina fatan av, at tá P/f N. Niclasen misti tollkredittin í januar 1988, so kundi felagið ikki longur fáa útflýggjað vørur, uttan at tær samstundis vórðu tollgreiddar og tollur goldin. Síða 6 av 15

Í notati, sum verður viðsent løgregluni, verður sagt, at tað er skipaavgreiðslan, sum hevur ábyrgdina av og eftirlit við, at P/f N. Niclasen í hvørjum einstøkum føri hevur fingið útflýggingarloyvi frá tollvaldinum, áðrenn vøran verður útflýggjað til felagið. Av nevnda notati framgongur, at táverandi stjóri á Føroya Tollstovu, Leivur Gregersen, tann 15. juni 1993 upplýsti, at móttøkan av grannskoðanarfrágreiðingini førdi til, at fundur varð hildin partanna millum tann 11. september 1992, har Leivur Gregersen sjálvur luttók saman við Jørgeni Niclasen, Juliannu Klett vegna P/f Skipafelagið Føroyar og Føroyaleiðina, Árna Joensen og Egini Simonsen. Stjórin á Føroya Tollstovu viðmerkti eisini, at hetta er fyrstu ferð, hann hoyrdi um hetta mál, og at deildin ikki áður hevði tosað við seg um hesi viðurskifti, men bert um, hvussu innkrevjingin av gomlu kredittskuldini skuldi fara fram. Einki fundarreferat fyriliggur frá fundinum 11. september 1992. Av nevnda notati framgongur eisini, at umsitingin hjá Toll- og Skattstovu Føroya hevur roynt at fingið til vega alt skjalatilfar, sum finst í málinum. Sagt verður, at tað hevur verið nærum ógjørligt at finna útav, hvussu viðgerðin í hesum máli er farin fram á tollstovudeildini í Vágum í tíðarskeiðnum 1988-1992, men tað skjalatilfarið, sum er funnið fram, eru rykkjarar og fráboðanir til P/f N. Niclasen og skipafelagið. Sagt verður, at skjalatilfarið bendir á, at viðgerðin av málinum hevur verið tilvildarlig, og um rætt var atborið frá tollvaldsins síðu, so skuldi málið verið reist fyri langari tíð síðani, helst einaferð í 1989 ella 1990. Umsitingin hjá Toll- og Skattstovu Føroya førir fram, at mangt talar fyri, at umsitingin, tá hon fekk skriv frá Juliannu Klett í august 1989, átti at varnast, at okkurt var galið, tí felagð jú hevði mist tollkredittavtaluna. Í notatinum verður eisini spurnartekin sett við, um Jørgen Niclasen sum stjóri fyri P/f N. Niclasen og samstundis sum umsitari av avgreiðslu hjá Føroyaleiðini møguliga kann hava misbrúkt sína støðu og gjøgnum hesa støðu hevur útvegað felagnum fíggjarligan vinning, samstundis sum tað almenna hevur verið fyri fíggjarligum tapi. Jørgen Niclasen upplýsir, at tá hann gjørdist stjóri í 1989, var mannagongdin tann, at felagið fekk vørur út av goymsluni uttan samstundis at rinda toll. Allir partar, herundir skipafelagið og leiðslan fyri N. Niclasen, vóru eftir hansara meting í teirri trúgv, at tollkreditturin framvegis var í gildi. Tað var ikki fyrr enn í september 1992, at hann fekk at vita, at tollkreditturin var uppsagdur. Í skrivi, dagfest 3. august 1993, sigur Julianna Klett, adv., vegna Skipafelagið Føroyar m.a. soleiðis:,,tollstovan boðar skipafelagnum frá kundum við undantaksloyvi. Í skrivi, dagfest 21. februar 1983, boðar Føroya Gjaldstova Skipafelagnum Føroyar frá, at m.a. N. Niclasen hevur fingið undantaksloyvi frá 21. februar 1983. Mannagongdin er so, at hesir kundar verða førdir á internt kartotek á skipafelagnum. So hvørt sum fráboðað verður, at tollkreditturin verður steðgaður, verður viðkomandi strikaður av listanum. Dømi hjáløgd. Ein,,listi yvir tollkreditthavarar frá 17. juni 1988 vísir, at P/f N. Niclasen stendur á hesum lista. Síða 7 av 15

Skipafelagið Føroyar hevur ongantíð fingið boð um, at P/f N. Niclasen hevur mist tollkredittin, og tí stendur hann enn á listanum hjá skipafelagnum tann 9. mars 1992. Fotoavrit av listanum hjálagdur. Tað er síðani fráboðað, at tollstovan og P/f N. Niclasen hava havt samráðingar um málið uttan at boða skipafelagnum frá teimum. Toll- og Skattstova Føroya svarar aftur við skrivi, dagfest 23. august 1993, har hildið verður fast við, at tollkreditturin til P/f N. Niclasen er uppsagdur við skrivi frá tollstovudeildini í Vágum tann 29. januar 1988. Sagt verður, at eftir øllum at døma er tað hent, at avgreiðslan hjá skipafelagnum í Sørvági ikki hevur fráboðað høvuðsskrivstovuni í Tórshavn, at tollkreditturin er uppsagdur. Toll- og Skattstova Føroya heldur fast við, at skipafelagið tí hevur ábyrgdina av teirri tollskuld, sum var uppstaðin í sambandi við, at vøra er útflýggjað uttan at vera tollavgreidd. Toll- og Skattstova Føroya heldur fast við, at Skipafelagið Føroyar skal rinda tollvaldinum kr. 492.841,73 í tollgjaldi vegna útflýggjan av ikki tollgreiddum vørum. Av málinum framgongur, at Toll- og Skattstova Føroya kunnar Føroya Landfúta um samskiftið millum tollvaldið og Advokatgarðin umboðandi Skipafelagið Føroyar. Av málinum framgongur, at løgreglan hevur avhoyrt 8 starvsfólk hjá tollvaldinum, sum hava tilknýti til Vágar. Avhoyrdi 1 hevur greitt frá, at allar vørur og góðs, sum koma til Føroya við skipi, verða skrásettar hjá tollvaldinum í Tórshavn hjá Tollbúðini. Allar vørur, sum koma til Føroya við flogfari, hoyra undir deildina í Vágum, uttan mun til hvar vøran skal leverast. Vørur, sum koma við skipi, verða skrásettar á teldu. Telduøkið umfatar allar Føroyar, herundir eisini Vága øki. Móttakarin av vøruni fær ein faktura ella onnur skjøl, sum vísa virðið frá leverandørinum. Móttakarin av vøruni skal tollavgreiða vøruna hjá tollvaldinum. Vørurnar verða lossaðar og lagdar á góðkend vørulagur. Í vágoynni vóru fleiri slík lagur góðkend til goymslu av vørum. Tá vøran er lossað og løgd á lagur, góðkent av tollvaldinum, fellur tollurin til gjaldingar. Tolllógin fyriskrivar, at vøra ikki má útflýggjast, áðrenn tollurin er goldin. Støðan er øðrvísi, um viðkomandi móttakari hevur ein tollkreditt. Ein tollkredittur er ein kredittavtala, sum serliga stórir innflytarar nýta. Ein tollkredittur kann síðustillast við eina gjaldsavtalu við ein importør. Tað eru tó treytir við at fáa ein slíkan kreditt. Ein er, at viðkomandi innflytari skal stilla eina trygd, sum er minst kr. 250.000 til støddar. Eisini skulu øll skjøl viðvíkjandi nevndu vørum latast Toll- og Skattstovu Føroya í seinasta lagi 14 dagar eftir, at vøran er lossað. Upphæddin skal vera goldin í seinasta lagi tann 20. í øðrum mánaði eftir, at vøran er komin til landið. Síða 8 av 15

Um treytirnar ikki verða yvirhildnar, herundir gjaldsavtalan, verður fyrst sendur ein rykkjari. Um treytirnar ikki verða yvirhildnar, verður spurningurin, um viðkomandi innflytari framhaldandi kann hava tollkreditt, viðgjørdur. Um ein tollkredittur verður afturtikin, fáa øll tollumráði í Føroyum boð um avgerðina. Tann, sum hevur fingið tollkredittin, fær eisini boð um hetta. Viðvíkjandi góðkendum lagrum upplýsir deildarleiðarin, at Toll- og Skattstova Føroya regluliga ger stikkroyndir fyri at staðfesta, um vørur, sum eru uppgivnar, eru á lagrinum v.m. Avhoyrda greiðir frá, at hon á vári 1993 bleiv kontaktað av Leivi Hansen, tíðindamanni, sum spurdi um málið viðvíkjandi N. Niclasen í Sørvági. Deildarleiðarin upplýsir, at hon tá ikki hevði hoyrt eitt orð um felagið og vildi tí ikki svara tíðindamanninum. Hon setti seg hereftir í samband við Gurið Joensen frá stýrinum. Gurið Joensen upplýsti, at hon kendi einki til nakað mál viðvíkjandi N. Niclasen. Avhoyrda upplýsti eisini, at hon ongantíð hevði fingið nakað at vita um, at nakað óregluligt skuldi vera farið fram í hennara øki. Hon greiðir frá, at N. Niclasen í 1993 ikki var eitt felag, sum var skrásett at hava nakran tollkreditt. Hon greiðir frá, at N. Niclasen er ajour viðvíkjandi gjalding av tolli í 1992 og 1993. Hon upplýsti, at vørukontroll hevði verið 9. august 1993, og tá bleiv staðfest, at 9 sendingar, sum ikki vóru tollavgreiddar, ikki vóru á lagrinum. Á einum lagurkontrolli tann 29. september 1993, bleiv somuleiðis staðfest, at 7 sendingar ikki vóru til staðar á lagrinum. Avhoyrdi 1 greiðir somuleiðis frá, at tollvaldið síðani 1992 hevur havt skerpað eftirlit við P/f N. Niclasen, og at vørulagrið verður kannað við jøvnum millumbilum. Hon upplýsti, at Jørgen Niclasen, sum var stjóri felagsins, ikki var vitandi um, at kanningar vóru í gongd viðvíkjandi felagnum. Avhoyrdi 2, sum var starvssettur í Vága deild, hevur greitt løgregluni frá, at feløg kunnu fáa ein tollkreditt. Fyri at fáa tollkreditt skulu feløg veita eina trygd uppá kr. 100.000 ella eina trygd, sum svarar til meðaltalið av tolli í tríggjar mánaðir. Ein onnur treyt er, at øll tollskjøl skulu innlatast Tollog Skattstovu Føroya í seinasta lagi 14 dagar eftir, at vøran er komin til viðkomandi lagur, og tað skal rindast tollur í seinasta lagi tann 22. í øðrum mánaði eftir hetta. Avhoyrdi 2 greiðir frá, at hann ikki veit, um tað eru serlig krøv til hølini, sum verða góðkend sum tollgoymslur. Hann greiðir frá, at goymslurnar javnan verða kannaðar av tollvaldinum. Hann greiddi frá, at hann í 1988 var komin fram til, at tað á lagrinum hjá skipafelagnum í Sørvági bleiv staðfest, at vørur manglaðu. Hann kundi tó ikki seta nøkur tøl á hetta. Áðrenn 1988 høvdu verið trupulleikar við N. Niclasen, tí felagið avgreiddi skjølini rættiliga seint. Tað sama var viðvíkjandi gjalding. Onkuntíð var hann noyddur at møta upp hjá fyritøkuni fyri at fáa fatur á teimum skjølum, sum manglaðu. Hann upplýsti, at tað ikki var gjørd nøkur rapport viðvíkjandi viðurskiftunum hjá felagnum. Síða 9 av 15

Hann upplýsti, at hann hevði tikið samband við leiðaran fyri vørugoymsluna, xxx, og gjørt hann varugan við, at vørur manglaðu. Xxx hevði svarað, at tað var Niclas Niclasen, sum átti goymsluna, og at felagið tók vørur út av goymsluni, tá felagið hevði brúk fyri hesum. Xxx hevði fingið álagt ikki at útflýggja vørur, áðrenn tollurin var goldin. Hann hevði eisini gjørt vart við hetta mótvegis felagnum, sum lovaði at rætta upp uppá viðurskiftini. Eisini lovaði felagið at gjalda toll. Ofta rindaði felagið toll fyri ein part av sendingini. Avhoyrdi 2 greiddi frá, at tollkreditturin til N. Niclasen var uppsagdur í 1988 orsakað av manglandi gjaldi, og at felagið ikki rættstundis læt tollvaldinum neyðug tollskjøl. Eftir at tollkreditturin var sagdur upp, fekk xxx boð um ikki at útlevera vørur til Niclas Niclasen, uttan at tað var goldin tollur áðrenn. Í 1989, 1990 og 1991 var javnan kontrollvitjan hjá felagnum, einar 2-3 ferðir um árið. Støðan var hvørjaferð tann sama, at vørur manglaðu. Hóast hetta var eingin skrivlig frágreiðing gjørd um hesi viðurskifti, og fráboðan varð heldur ikki send um hetta til Tórshavnar. Tá Jørgen Niclasen bleiv stjóri í 1989, hevði hann sagt við Jørgen, at nú mátti hann fáa skil uppá viðurskiftini. Jørgen setti seg hereftir í samband við advokat, Juliannu Klett, fyri at fáa rættað upp uppá tingini. Hetta var einaferð í 1990. Hann hevur verið vitandi um, at Julianna Klett sendi skriv til landsstýrið viðvíkjandi málinum. Síðani hevur hann ikki hoyrt meira til málið. Avhoyrdi 2 fekk at vita um eina frágreiðing frá landsgrannskoðanini. Hann greiddi frá, at hann var við til kontrollvitjanina. Talan var um eitt árligt eftirlit. Hann greiddi hereftir frá, at støðan í dag er tann, at N. Niclasen rindar toll, áðrenn vørur verða útflýggjaðar. Hann metti, at øll vøra, sum var komin til N. Niclasen í 1992, var tollavgreidd. Hann var vitandi um, at viðvíkjandi 1988, 1989, 1990 og 1991 er framvegis skuld, sum ikki er goldin. Avhoyrdi 3 er eisini avhoyrdur av løgregluni. Hann greiddi frá, at tað var komið fyri, at tollvaldið hevði havt kontrollvitjan hjá N. Niclasen, og at vørur manglaðu. Niclas Niclasen var til staðar, tá hendan vitjan var framd. Avhoyrdi 4 upplýsir, at P/f N. Niclasen fyrstu árini, felagið hevði tollkreditt, yvirhelt treytirnar. Tollurin bleiv goldin rættstundis, og skjøl vórðu eisini latin tollvaldinum rættstundis. Síða 10 av 15

Meðan Niclas Niclasen var stjóri, byrjaði felagið at mishalda sínar avtalur við tollvaldið. Hon metti, at hetta byrjaði áðrenn 1988. Avtalan við innlatan av skjølum og gjald fyri toll gekk meira trekt fyri felagið. Gjørdar vórðu gjaldsavtalur. Einaferð hevði hon tosað við tollstovuna í Tórshavn og spurt, hví tollvaldið ikki steðgaði tollkredittinum til N. Niclasen. Hon greiðir frá, at tað framvegis var trupult hjá P/f N. Niclasen at rinda tollskuldina og at yvirhalda treytirnar við innlating av skjølum. Hon upplýsir, at tá Jørgen Niclasen bleiv stjóri fyri felagið, blivu viðurskifti betri. Tollurin bleiv nú goldin. Eftir at tollskipanin bleiv løgd um til EDV í 1992, er hon av teirri fatan, at tollurin er goldin rættstundis til einaferð í 1993, tá felagið aftur kom í eftirstøðu. Avhoyrdi 5 visti ikki nakað um, at nakað serligt var viðvíkjandi P/f N. Niclasen. Fyrstu ferð hon fekk at vita um trupulleikarnar við hesum felagi var, tá løgreglan møtti upp hjá Toll- og Skattstovu Føroya tann 15. november 1993. Avhoyrdi 6 greiddi m.a. frá, at hon í juli 1993 hevði verið hjá Niclasi Niclasen í Sørvági saman við xxx, tollara. Endamálið við vitjanini var at gera lagurkontroll. Hon upplýsti, at ikki allar vørurnar vóru til staðar, men meginparturin av vørunum var til staðar. Tað var bert ein minni partur, sum manglaði. Úrslitið av lagurkanningini skuldi seinni tastast inn á telduskipanina. Eingin frágreiðing varð skrivað viðvíkjandi vitjanini. Hon upplýsir, at hon ikki var vitandi um, at tað var byrjað eitt mál móti Niclasi Niclasen, fyrr enn løgreglan kom á staðið. Avhoyrdi 7 upplýsti m.a., at hann eisini hevur verið á kontrollvitjan hjá N. Niclasen. Undir hesi vitjan bleiv staðfest, at vørur manglaðu á lagrinum hjá N. Niclasen í Sørvági. Hendan vitjan hevði verið í september 1993. Hann greiddi frá, at eitt vørupartí manglaði, og eitt annað vørupartí var bert partvíst til staðar. Talan var um eina sending við finerplátum. Hann var ikki vitandi um, at tollvaldið hevði verið á øðrum vitjanum hjá N. Niclasen í Sørvági. Hann upplýsir eisini, at hann ikki var vitandi um, at felagið var í eftirstøðu í tollgjaldi. Avhoyrdi 8 upplýsti m.a., at hann tvær ferðir hevði verið á kontrollvitjan hjá N. Niclasen. Fyrstu ferð var einaferð í 1992. Hann upplýsti, at tað bleiv staðfest, at vørur manglaðu. Talan var um eitt partí, sum ikki var til staðar. So vítt hann minnist, var talan um timbur og plátur. Hann kundi ikki seta tal á, hvussu nógv vøra manglaði. Aðru ferð hann hevði verið á vitjan hjá N. Niclasen var á sumri í 1993. Eisini hesaferð manglaði nakað av vøru. Hann greiddi frá, at hann eisini hevði vitjað onnur feløg, har eisini vøra manglaði. Av málinum framgongur, at kanningarnar hjá løgregluni eru lidnar í februar 1994. Síða 11 av 15

Tann 7. februar 1994 sendi Føroya Landfúti skriv til tollvaldið, har boðað varð frá, at fútin ger ikki meira við málið. Fútin skrivar m.a. soleiðis:,,for så vidt angår forhold inden 1. februar 1992, hvor lagtingslov nr. 23 af 11. februar 1950 med senere ændringer om indførselsafgifter var gældende, skal jeg bemærke, at jeg finder det tvivlsomt, om forholdet er strafbart, jfr. lovens 7, som formentlig må forstås som udtømmende vedrørende ansvaret for udlevering af afgiftspligtige varer forinden afgiftens betaling, men henset til, at der i øvrigt alene kan blive tale om bødestraf, er eventuelt strafansvar forældet. For så vidt angår udleveringen af afgiftspligtige varer efter den 1. februar 1992, hvor lagtingslov nr. 121 af 23. december 1991 trådte i kraft, skal jeg bemærke, at jeg finder det tvivlsomt, om forholdet kan henføres under lovens 31, stk. 1, nr. 3), der må forstås omhandlende varer, der befinder sig på et frilager. Iøvrigt skal jeg bemærke, at opsigelsen af toldkreditten ved skrivelse af 29. januar 1988 ikke ses at være fulgt op af tiltag til at sikre, at denne blev effektiv, idet udleveringen af varer blot fortsatte som hidtil, og selv om det ved kontrolbesøg blev konstateret, at der var udleveret varer i strid med den opsagte toldkredit, blev der ikke skredet ind, og forholdet blev således stiltiende accepteret. På denne baggrund finder jeg ikke, at det vil være muligt at godtgøre strafbart forhold, og jeg har derfor ikke fundet anledning til at foretage yderligere efterforskning i sagen udover de vedlagte afhøringer. Fútin sigur, at um tollvaldið hevur viðmerkingar, væntar fútin at frætta aftur. Um fútin ikki hevur frætt aftur innan 1. apríl 1994, verður hetta tikið sum tekin uppá, at ikki meira skal gerast við málið. Í skrivi frá Toll- og Skattstovu Føroya til P/f N. Niclasen frá 18. november 1993 framgongur, at P/f N. Niclasen í skrivi, dagfest 15. november 1993, hevur skotið upp, at tollskuld felagsins fyri tíðarskeiðið 1988-1991 verður goldin kontant við kr. 249.795,00 og við mótrokning í innflutningsgjøldum og kontantum gjaldi. Av málinum framgongur, at N. Niclasen í nevnda skrivi biður tollvaldið sleppa kravinum mótvegis Skipafelagnum Føroyar. Av skrivinum framgongur, at royndin at fáa tollskuldina goldna er ein liður í eini samlaðari roynd at endurskipa P/f N. Niclasen, har m.a. kr. 700.000 verða skotnar inn sum nýggjur partapeningur, samstundis sum felagið bjóðar øllum øðrum kreditorum eina akkord uppá 25% av saldo. Toll- og Skattstova Føroya váttar at vilja gera eina avtalu um gjalding av tollskuldini fyri 1988-1991 eftir tí leisti, sum felagið hevur skotið upp. Víðari skrivar Toll- og Skattstova Føroya:,,Men sum kunnugt, so hevur Toll- og Skattstovan sambært 13 í tolllógini heimild til at halda seg til flutningsfyritøkurnar fyri ta tollskuld, ið er staðin av, at flutningsfyritøkan hevur flýggjað vørur Síða 12 av 15

út uttan tollavgreiðslu. Hendan møguleika til innkrevjing av tollskuld kann Toll- og Skattstovan bert ganga við til at geva frá sær, um tær kr. 249.795 verða inngoldnar, og trygd kann gerast fyri, at endurrindanin av innflutningsgjaldinum kemur til mótrokning fyri tollskuldina og ikki fer at dekka møguliga eftirstøðu í meirvirðisgjaldi. Toll- og Skattstovan metir út frá fyriliggjandi upplýsingum, at mvg-tilsvarið hjá felagnum í tíðarskeiðnum frá oktober til og við juli kvartal 1994 koma at vera uml. kr. 100.000. Um P/f N. Niclasen kann stilla Toll- og Skattstovuni eina bankatrygd uppá kr. 100.000 svarandi til omanfyri nevnda metta mvg-tilsvar, so vil Toll- og Skattstovan fráfalla rættin at gera tollkravið frá 1988 til 1991 galdandi móti skipafelagnum. Tann 14. januar 1994 sendi Toll- og Skattstova Føroya innheintingarskriv til P/f Skipafelagið Føroyar um rindan av kr. 381.720,16 viðvíkjandi tollskuld fyri vørur, innfluttar frá 1988 til 1991. Sama dag verður innheintingarskriv sent til P/f N. Niclasen, sum verður kravt eftir kr. 52.182,07, sum er skuld fyri vørur, sum eru útflýggjaðar frá øðrum flutningsfyritøkum enn Skipafelagnum Føroyar. Tann 20. januar 1994 sendi P/f N. Niclasen skriv til tollvaldið viðvíkjandi endurskipan av felagnum. Av skrivinum framgongur, at foreldur og synir vilja innskjóta kr. 640.000,00, fyri at felagið kann halda fram. Vanligir kreditorar skulu góðtaka eina akkord uppá 25%, og uppskotið er, at tollskuldin verður goldin uttan rentur. Í skrivinum verður upprunaliga tollskuldin uppgjørd til kr. 572.185,12 uttan rentur. Við rindan av bankatrygd uppá kr. 100.000 verður skuldin niðurgoldin til kr. 472.185,12. Tollskuldin, sum er frá tíðarskeiðnum 1988, verður uppgjørd netto til kr. 420.232,01. Felagið bjóðar tollvaldinum mótrokning í endurgjaldi í innflutningsgjaldi uppá kr. 170.860, soleiðis at nettoskuldin fyri tollskuld eftir 1988 verður uppgjørd til kr. 249.372,01. Av hesum framgongur, at P/f N. Niclasen, hóast partarnir fyrr hava verið ósamdir um hetta, góðtekur, at tær kr. 500.000, sum vórðu inngoldnar í oktober 1988, nú verða bókaðar á gomlu tollskuldina. Viðvíkjandi gomlu tollskuldini verður skotið upp, at bankatrygdin verður gjørd effektiv, at rentur verða strikaðar, og at restupphæddin, kr. 472.185,12, verður niðurfryst í hálvtannað ár. Viðvíkjandi tollskuldini eftir 1988 verður skotið upp, at skuldin beinanvegin verður goldin kontant við kr. 249.372,01. Í skrivi, dagfest 4. februar 1994, boðar landsstýrið frá, at landsstýrið ikki hevur heimild at eftirgeva rentur uppá tollkredittskuld. Umsóknin um striking av rentunum varð sostatt ikki gingin á møti. Jørgen Niclasen upplýsir, at noktandi svarið frá landsstyrinum var mønustingurin fyri felagið. Felagið gavst við rakstrinum og fór seinni á húsagang. Út frá fyriliggjandi skjølum er ikki gjørligt við vissu at siga, hvussu stóra upphædd landskassin misti uppá P/f N. Niclasen fyri skuld, sum felagið hevði fram til januar 1988, tá tollkreditturin varð uppsagdur. Hendan skuld er uppstaðin, áðrenn Jørgen Niclasen gjørdist stjóri fyri felagið. Síða 13 av 15

Í samband við royndirnar at endurskipa felagið vórðu kr. 500.000 skotnar inn í felagið, og hesin peningur varð bókaður inn á gomlu skuldina (skuld uppstaðin áðrenn 1988). Gamla skuldin var upprunaliga uppgjørd til uml. kr. 1 mió. uttan rentur. Bankatrygdin gjørdist effektiv við 100.000 kr. Tað er tí rættiliga vist, at landskassin hevur avskrivað uml. kr. 400.000 av gomlu skuldini umframt rentur. Viðvíkjandi tollskuld, sum stavar frá tíðini eftir januar 1988, framgongur, at landskassin hevur framt fleiri mótrokningar (mvg ágóði v.m). Av skrivi, dagfest 9. mars 1994, framgongur, at innheintingarmál verður reist mótvegis P/f Skipafelagnum Føroyar áljóðandi kr. 381.720,16. Hetta er skuld, sum tollvaldið metir, at skipafelagið heftir fyri sambært ásetingini í 7 í tágaldandi tollóg. Av málinum framgonur, at P/f Skipafelagið Føroyar mótmælti at rinda hesa skuld, og at málið endaði í fútarættinum. Tað er ikki gjørligt út frá fyriliggjandi skjølum neyvt at staðfesta, hvussu stóra upphædd P/f Skipafelagið Føroyar rindaði tollvaldinum, men tað er rættiliga sannlíkt, at skipafelagið til endans hevur goldið nevnda krav til landskassan. Sum áður nevnt fekk P/f N. Niclasen eisini vørur útflýggjaðar frá øðrum flutningsfeløgum eftir, at tollkreditturin í januar 1988 var uppsagdur. P/f N Niclasen bleiv kravt eftir tolli av hesi vøru. Tollkravið bleiv uppgjørt til kr. 52.182,07. Av skjølunum framgongur, at landskassin í 2000 avskrivaði hesa upphædd. Sostatt kann við rættiligari stórari vissu staðfestast, at landskassin samanlagt misti kr. 52.182,07 í tolli fyri vørur, sum vóru útflýggjaðar til P/f N. Nicalsen, eftir at tollkreditturin bleiv uppsagdur í januar 1988. Niðurstøða 1. Samsvarandi skjølunum í málinum kann staðfestast, at P/f N. Niclasen fekk ein tollkreditt í 1983. Tollkreditturin er uppsagdur sambært skrivi, dagfest 29. november 1988. Skrivið er sent til Skipafelagið Føroyar í Sørvági. Eingin dokumentatión fyriliggur fyri, at skrivið er sent til P/f N. Niclasen ella til leiðsluna fyri Skipafelagið Føroyar. P/f Skipafelagið Føroyar hevur mótmælt at vera kunnað um hesa uppsøgn. Tað sama hevur Jørgen Niclasen upplýst. Saman við niðurstøðuni hjá Føroya Landfúta eri eg av teirri áskoðan, at tað er ivasamt, um uppsøgnin av kredittinum yvirhøvur er send til P/f N. Niclasen. Eg eri eisini av teirri áskoðan, at uppsøgnin ongantíð er hondhevað av tollvaldinum. Allir partar, t.v.s. tollvaldið, P/f Skipafelagið Føroyar og P/f N. Niclasen, hava fram til september 1992 handlað, sum var tollkreditturin framvegis í gildi. 2. Tá Jørgen Niclasen tók við stjórastarvinum, vórðu fleri royndir gjørdar at endurstovna felagið. Av málinum framgongur, at skotnar vórðu kr. 500.000 inn í felagið, sum vórðu fluttar til Føroya Tollstovu til niðurrindan av tollskuldini. Seinni verður ósemja um, hvussu hesin peningur skal bókast, og tað endaði við, at P/f N. Niclasen góðkendi, at niðurgjaldingin bleiv bókað inn á Síða 14 av 15

skuld fyri tíðarskeiðið áðrenn 29. januar 1988. Av málinum framgongur eisini, at Jørgen Niclasen beyð sær til at rinda alla tollskuldina, sum er uppstaðin eftir 1988, kontant saman við mótrokning av innflutningsgjaldi, treytað av at ein samlað loysn fekst fyri felagið. Eisini framgongur, at tollvaldið hevur fingið afturgoldið allan toll, sum viðvíkur vørum, eftir at kreditturin er uppsagdur, við undantaki av uml. kr. 52.182,07, sum landskassin misti. 3. Hóast landsstyrið í apríl 1990 játtaði P/f N. Niclasen at strika renturnar, broytti landsstýrið í februar 1994 støðu og avgjørdi, at renturnar ikki kundu eftirgevast. Tað er lítil ivi um, at hetta tók grundarlagið undan felagnum. Tollskuldin viðvíkjandi vørum, útflýggjaðar eftir, at tollkreditturin var uppsagdur, var ikki hóttandi fyri felagið, men felagið megnaði ikki at rinda gomlu tollskuldina, sum var uppstaðin, áðrenn Jørgen Niclasen í september 1989 tók við sum stjóri fyri felagið. 4. Tað eru ikki førd prógv fyri, at Jørgen Niclasen áðrenn september 1992 var vitandi um, at tollkreditturin var uppsagdur við skrivi frá 29. januar 1988. Fleiri skjøl í málinum geva eina fatan av, at partarnir í málinum í veruleikanum ikki hava verið greiðir yvir hetta, fyrr enn Grannskoðanardeild Landskassans var á eftirlitsvitjan og skrivaði frágreiðing í september 1992. 5. Av málinum framgongur, at umfatandi kanningar eru gjørdar í málinum, og at Føroya Landfúti í februar 1994 ikki metti, at nakað revsivert er farið fram í hesum máli. Tórshavn, tann 17. januar 2014 Christian Andreasen, adv. Síða 15 av 15