Løgtingsmál nr. xx/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt (dagstovnaráð og avtøka av kærurætti) Uppskot

Relaterede dokumenter
Fíggjarmálaráðið. Løgtingið Dagfesting: 7. februar 2018 Mál nr.: 17/ Málsviðgjørt: JEK

Løgtingið Argir, 29. februar Løgtingsmál nr. 70/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tollsatsir.

Uppskot til. Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar

Heilsu- og innlendismálaráðið

Løgtingið 26. oktober 2017 Mál nr: 16/00009 Málsviðgjørt: JPP

Løgtingið. Tórshavn, tann 24. februar 2009 Vmr J.Nr.:

Heilsu- og innlendismálaráðið

Løgtingsmál nr. 59/2014: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar

Løgmansskrivstovan. Løgtingið Dagfesting: 11. november 2016 Mál nr.: /16 Málsviðgjørt: GJ

Givið út 30. mai 2017

Heilsu- og innlendismálaráðið. Løgtingið Dagfesting: 02. nov Mál: 16/

Løgtingsmál nr. xx/2008: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tænastumenn landsins. Uppskot. til

LØG M A N S S K R I V S T O V A N. P r i m e M i n i s t e r s O f f i c e

Under arbejdet med kunngerðini er jeg blevet opmærksom på 3 områder i loven, jeg mener vi lige må tænke over en ekstra gang.

Løgtingsmál nr. 84/2010: Uppskot tilríkislógartilmæli um gildiskomu í Føroyum av lóg um Fólkatingsumboðsmann. U p p s k o t. til

LØG M A N S S K R I V S T O V A N. P r i m e M i n i s t e r s O f f i c e

Løgmansskrivstovan. Løgtingið Dagfesting: 21. desember 2016 Mál: 16/

V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð

Mentamálaráðið. Løgtingið Dagfesting: Mál nr.: 16/ Málsviðgjørt: BB/TVR

Sagsøgeren har påstået sagsøgte dømt til at betale kr. med procesrente fra den 26. juni 2003, subsidiært procesrente fra den 22. april 2008.

Uppskot til. ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar partar av broytingum í hjúnabandslógini og rættarvirknaðarlógini

Heilsu- og innlendismálaráðið

LØGMANSSKRIVSTOVAN LÓGARTÆNASTAN. Rundskriv

F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F F I N A N C E. Løgtingið

Løgtingið Tórshavn, tann 9.juni 2015 J.nr.: 12/ Løgtingsmál nr. / 2015: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar søloven

Uppskot. til. løgtingslóg um rættindi løntakaranna í sambandi við, at landsstýrið yvirtekur mál og málsøki frá ríkismyndugleikunum

LØG M A N S S K R I V S T O V A N. P r i m e M i n i s t e r s O f f i c e

forbindelse med både ansættelse, ændring i ansættelsesforhold og ved afslutning af ansættelsen.

F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F F I N A N C E. Løgtingið

INNANHÝSIS. Uppskot til. Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af ændringslove til lov om luftfart

Løgtingsmál nr. 126/2007: Uppskot til løgtingslóg um havnir. Uppskot. til. løgtingslóg um havnir

HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ

Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding av elinnleggjarum

Løgtingið Tórshavn, tann 7. mars 2016 J.nr.: 15/00233

Tinganes - Fo-100 Tórshavn Faroes Tel: (+298) Fax: (+298)

V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð. Løgtingið Tórshavn, tann 1. desember 2014 Vmr. J.Nr.: 14/

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Uppskot. til. Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta soljóðandi uppskot til kongliga fyriskipan í gildi fyri Føroyar:

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Løgmansskrivstovan. Løgtingið Dagfesting: 16. februar 2017 Mál nr.: /16 Málsviðgjørt: GJ/NF

11. december (Indsendelsesbekendtgørelsen) Kapitel 1 Anvendelsesområde

ALMANNA- OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ

Uppskot. til. Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar soljóðandi lóg:

Álit um stýrisskipanarviðurskifti Føroya

Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging

Álit. viðvíkjandi klagu um manglandi svar upp á innlitsumbøn

Mentamálaráðið. Løgtingið Dagfesting: Mál nr.: 16/ Málsviðgjørt: BB/TVR

Gamlar myndir úr Norðuroyggjum

Løgtingið. Tórshavn, tann 7. mars 2016

Landsstýrismálanevndin hevur viðgjørt málið á fundum 30. oktober 2012, 22. januar, 21. mars og 11. apríl 2013.

Løgtingsmál nr. 115/2011: Uppskot til løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin) Uppskot. til. løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin)

LØGMANSSKRIVSTOVAN LØGDEILDIN

Tórshavn 3. apríl Viðmerkingar til byggilógina v/petur Olsen

Dátueftirlitið Tinganes - Postboks Tórshavn Telefonnr:

- Webundersøgelse, Fólkaskúlaráðið, oktober Fólkaskúlaráðið. Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på

Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland

OVERENSKOMST FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ FARMAKONOMFORENINGEN MELLEM

OVERENSKOMST 2011 til 2015

SÁTTMÁLI MILLUM FARMAKONOMFORENINGEN OG FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ

Løgmansskrivstovan. Løgtingsmál nr. xx/201x: Uppskot til broyting í lovbekendtgørelse om straffeloven

Løgmansskrivstovan. Løgtingið Dagfesting: 28. november 2018 Mál nr.: /16 NF

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Løgtingið Tórshavn, tann 3. mars 2015 VMR j.nr.: 15/00009 Viðgjørt: SPS

Løgtingsmál nr. 28/2005: Uppskot til samtyktar um norðurlendskan sáttmála um fólkayvirlit. Uppskot. til. samtyktar

Kunngerð. grannskoðaraváttanir v.m.

INNLENDISMÁLARÁÐIÐ. Uppskot til løgtingslóg um ítróttavedding

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð

Innkomin ummæli til uppskotið til løgtingslóg um semingsstovn og viðmerkingar til innkomnu ummælini

INNLENDISMÁLARÁÐIÐ. Uppskot til løgtingslóg um ítróttarvedding

LEIÐREGLUR FYRI EMBÆTISFÓLK Í LANDSFYRISITINGINI

Løgtingsmál nr. 101/2015: Uppskot til løgtingslóg um føroyskan kortmyndugleika. Uppskot til. Løgtingslóg um føroyskan kortmyndugleika

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ. Uppskot. til

Grannskoðaraeftirlitið. fghjklæøzxcvbnmqwertyuiopåasdfghj. Ársfrágreiðing og 2010

Vegleiðing um krøv í løgtingslóg um tryggingarvirksemi til nevndarlimir og stjórnarlimir um førleika og heiðursemi (fit & proper)

Tinganes - Fo-100 Tórshavn Faroes Tel: (+298) Fax: (+298)

Samandráttur av øllum uppskotunum

HEILSUMÁLARÁÐIÐ. Til: hoyringspartar

Løgtingsmál nr. 68/2016: Uppskot til løgtingslóg um føroyskan kortmyndugleika. Uppskot til. Løgtingslóg um føroyskan kortmyndugleika

BORNE- OG SOCIALMINISTERIET HEILSU- OG INNLENDISMÅLARÅDID. Felags yvirlysing i sambandi vid yvirtøku av målsøkinum "persons-, husf61ka- og arvarætti"

ES-fyriskipanin um persónsdátuvernd

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

Løgtingsmál nr. 19/1998. Uppskot til ríkislógartilmæli um lov om videnskabsetisk komitésystem og behandling af biomedicinske forskningsprojekter

Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin. Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014

Álit viðvíkjandi klagum um starvssetanir í Suðuroyar musikkskúla. Við skrivi, dagfest 16. februar 2014 sendi A umboðsmanninum soljóðandi klagu:

Bygnaðarbroytingar, tænastumenn og grundgevingar

Bárður S. Nielsen Edmund Joensen Kaj Leo Holm Johannesen Magnus Rasmussen Bjørn Kalsø. vegna Sambandsflokkin. Løgtingið

Málsgongd Við skrivi, dagfest 12. desember 2008, sendi Mentamálaráðið soljóðandi uppsøgn til klagaran:

Uppskot. til. løgtingslóg um semingsstovn

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ. Løgtingsmál nr. 155/2009: Uppskot til løgtingslóg um útleigan av bústøðum (leigulógin) Uppskot. til

Advokatskrivstovan Fr. Petersensgøta

Konference om affald på havet

Almannastovan. Almannastovan. Skjal 11. Dagur J. nr I. Almanna- & Heilsumálastýrið Fyrisitingardeildin Eirargarður Tórshavn

Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar

Bekendtgørelse af overenskomst af 2. februar 2007 med Island om den maritime afgrænsning mellem Færøerne og Island

2 Stk. 2. Løgtingslóg nr. 78 frá 12. juni 1986 um eldsbruna o.a. fer úr gildi 31. desember 2008.

Løglisti * Partur II F RÁGREIÐING LØGMANS Á ÓLAVSØKU 2009

Álit Viðvíkjandi klagu um vantandi fráboðan, grundgeving og kæruvegleiðing í avgerðum hjá TAKS

Álit. viðvíkjandi klagu um vantandi innlit í mál um keyp av heimasíðu hjá Kringvarpi Føroya

Kanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum

Transkript:

Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 FO-100 Tórshavn Dagfesting: 14. november 2017 Tygara ref.: Máltal.: 17/00835-1 Løgtingsmál nr. xx/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt (dagstovnaráð og avtøka av kærurætti) Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt (dagstovnaráð og avtøka av kærurætti) 1 Í løgtingslóg nr. 67 frá 10. mai 2000 um dagstovnar og dagrøkt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 38 frá 9. mai 2006, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í 2 verður stk. 2 strikað. 2. Sum yvirskrift yvir 2 a verður sett: Dagstovnaráð 3. Aftan á 2 verður sett: 2 a. Kommunurnar seta í felag á stovn eitt dagstovnaráð, sum veitir kommununum ráðgeving og vegleiðing í námsfrøðiligum spurningum. Stk. 2. Dagstovnaráðið kann ráða kommunum til at seta í verk royndarvirksemi og menningarvirksemi og granskingarætlanir viðvíkjandi dagstovnaøkinum. Stk. 3. Dagstovnaráðið verður mannað við hesum sjey umboðum: 1) Tvey umboð fyri Føroya Kommunufelag, 2) eitt umboð fyri Mentamálaráðið, 3) tvey umboð fyri Námsvísindadeildina á Fróðskaparsetri Føroya og 4) tvey umboð fyri Føroya Pedagogfelag. Stk. 4. Dagstovnaráðið skipar seg sjálvt og ger sjálvt sínar viðtøkur og sína fundarskipan. Stk. 5. Umboðini verða vald fyri eitt trý ára tíðarskeið. Stk. 6. Føroya Kommunufelag er skrivstova Dagstovnaráðsins. 4. Í 11, stk. 1 verður aftan á 1. pkt. sett.: Tó ber ikki til at kæra setanarmál og starvsfólkamál sambært 8, stk. 1 og 3. 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Kap. 1. Almennar viðmerkingar:

1.1. Orsøkir til uppskotið Sambært fylgiskjalinum til samgonguskjalið, Mál at fremja, vil samgongan menna dagstovnaøkið og geva tí uppiborna rúmd og tign við tí endamáli, at meira tíð verður til námsfrøðiligt virksemi, at skapa trivnað og málsliga menning. Dagstovnaráðið skal fáast at virka. Sambært galdandi dagstovnalóg veitir landsstýrismaðurin kommununum ráðgeving og vegleiðing í námsfrøðiligum spurningum. Mett verður, at námsfrøðiliga ráðgevingin og vegleiðingin verður munandi betri rokkin í einum fakligum forum við góðum møguleikum fyri námsfrøðiligari hugskotsgeving millum Kommunufelagið, Mentamálaráðið, Námsvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum og Føroya Pedagogfelag. Eitt av endamálunum við lógaruppskotinum er eisini at javnseta kommunalt sett starvsfólk innan dagstovna- og dagrøktarøkið við onnur kommunalt sett starvsfólk, tá ið viðvíkur fyrisitingarliga møguleikanum at kæra avgerðir í setanar- og starvsfólkamálum til landsstýrismannin. Rættarstøðan hjá starvsfólkum innan kommunala dagstovnaøkið er eitt undantak til vanligu reglarnar innan kommunala starvsfólkaøkið, har tað vanliga ikki ber til at kæra tílík mál til hægri fyrisitingarligan myndugleika. Tað hevur eisini víst seg at vera rættiliga orkukrevjandi hjá Mentamálaráðnum at málsviðgera tílík kærumál, samstundis sum Mentamálaráðið hvørki hevur fíggjarliga ella leiðsluliga ábyrgd av starvsfólkunum innan dagstovnaøkið. Hóast tað løgfrøðiliga eftir meting hjá Mentamálaráðnum og Løgtingsins umboðsmanni er rættiliga greitt, at tað sambært galdandi lóg ber til at kæra starvsfólkamál til Mentamálaráðið, so er politiska ynskið at gera upp við henda kærurætt. Tó ber framvegis til at fara til Løgtingsins umboðsmann, Fasta Gerðarrættin og dómsvaldið við tílíkum málum 1.2. Galdandi lóggáva Í galdandi lóggávu er tað landsstýrismaðurin, ið veitir kommunum ráðgeving og vegleiðing í námsfrøðiligum spurningum. Harumframt er tað møguligt at kæra setanar- og starvsfólkamál til landsstýrismannin. Tað er ósemja millum Mentamálaráðið og Kommunufelagið, hvussu lógin á hesum øki skal skiljast. Kommunufelagið hevur víst til serligu viðmerkingarnar til greinina í løgtingsmáli 29/1999, har tað stendur á bls. 12, at tað við hesi grein verður møguligt hjá foreldrum ella verjum at børnum í skipanini ella hjá stovnum í kommununi at kæra avgerðir, tiknar av kommununi sambært hesi lóg. Mentamálaráðið hevur hinvegin víst á, at dagstovnalógin er ein serlóg á kommunala økinum. Og at Løgtingsins umboðsmaður í trimum umførum fyrr hevur staðfest, at tað ber til at kæra setanarog starvsfólkamál til landsstýrismannin, sbr. uppsagnarmál á Tvøroyri frá 2005, uppsagnarmál á Viðareiði í 2008 og uppsagnarmál í Tórshavn í 2010. Kommunala eftirlitið tykist eisini vera samt við Mentamálaráðnum og Løgtingsins umboðsmanni í hesum, tá ið Mentamálaráðið hevur heitt á kommunala eftirlitið um at taka neyðug stig mótvegis kommunu, ið ikki vil lata ráðnum skjøl og upplýsingar í uppsagnarmálum. Við uppskotinum verður hesin tulkingarivi beindur av vegnum, og starvsfólk á dagstovnaøkinum vera somuleiðis javnstillað við onnur starvsfólk á kommunala starvsfólkaøkinum.

1.3. Endamálið við uppskotinum Eitt av endamálunum við lógaruppskotinum er at skipa eitt vælvirkandi og virkið dagstovnaráð, ið skal veita kommunum ráð og vegleiðing í námsfrøðiligum spurningum. Harumframt er eitt av endamálunum at javnseta kommunalt sett starvsfólk innan dagstovna- og dagrøktarøkið við onnur kommunalt sett starvsfólk viðv. fyrisitingarliga møguleikanum at kæra kommunal setanar- og starvsfólkamál til landsstýrismannin, sum ikki er hierarkiskt yvirskipaður í mun til kommunurnar. 1.4. Samandráttur av nýskipanini við uppskotinum Við uppskotinum verður tað framyvir ikki møguligt at kæra kommunal setanar- og starvsfólkamál innan dagstovnaøkið til landsstýrismannin. Harumframt verður tað ikki landsstýrismaðurin men Dagstovnaráðið ið skal veita kommunum ráðgeving og vegleiðing í námsfrøðiligum spurningum. 1.5. Ummæli og ummælisskjal Upplýst verður, hvørjir myndugleikar, almennir stovnar, privatir felagsskapir, áhugafeløg og onnur hava havt uppskotið til ummælis. Greitt verður í stuttum frá, hvørjar viðmerkingar ummælispartarnir hava gjørt. Greitt verður eisini frá, hvørja støðu landsstýrismaðurin og stjórnarráðið hevur til hesar viðmerkingar. Hetta ger, at møguligar avleiðingar av lógaruppskotinum verða umhugsaðar og lýstar betur. Eitt ummælisskjal kann eisini verða gjørt. Ummælisskjalið er ein stuttur samandráttur av innkomnu ummælunum saman við viðmerkingum hjá landsstýrismanninum til hesi. Serliga til uppskot, har nógv ummæli eru innkomin, er eitt ummælisskjal eitt hent amboð, sum gevur eitt greitt yvirlit yvir tey ummælini, sum eru komin inn. Ummælini verða løgd við sum fylgiskjal til lógaruppskotið. (Heimild: nr. 1.2.1.6. í rundskrivinum).

Kapittul 2. Avleiðingarnar av uppskotinum 2.1. Fíggjarligar avleiðingarnar fyri land og kommunur Uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri landið. Um kommunurnar fara at samsýna limunum í Dagstovnaráðnum, ella um umboðanin í Dagstovnaráðnum verður partur av dagliga arbeiðinum hjá viðkomandi persónum, er upp til avvarðandi partar at viðgera og avgera hvør í sínum lagi. 2.2. Umsitingaligar avleiðingar fyri land og kommunur Uppskotið hevur jaligar umsitingarligar avleiðingar fyri Mentamálaráðið, sum framyvir ikki fer at málsviðgera avgerðir innan starvsfólkaøkið hjá kommunum. Harumframt kann hugsast, at lógaruppskotið fær umsitingarligar avleiðingar fyri kommunurnar, sum ikki skulu leggja orku í at orða hoyringarskriv, at lata skjøl, upplýsingar o.a. til Mentamálaráðið í sambandi við kærur. 2.3. Avleiðingar fyri vinnuna Uppskotið hevur ongar avleiðingar fyri vinnuna. 2.4. Avleiðingar fyri umhvørvið Uppskotið hevur ongar avleiðingar fyri umhvørvið. 2.5. Avleiðingar fyri serstøk øki í landinum Uppskotið hevur ongar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum. 2.6. Avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir Uppskotið hevur avleiðingar fyri starvsfólk og umsøkjarar innan dagstovnaøkið, ið missa rættin at kæra avgerðir hjá kommunum til Mentamálaráðið í setanar- og starvsfólkamálum. 2.7. Millumtjóðasáttmálar á økinum Við at hava eitt Dagstovnaráð, ið veitir kommunum ráðgeving og vegleiðing í námsfrøðiligum spurningum, kann væl hugsast, at endamálið við dagsstovnalógini at menna barnanna andsfrælsi, tollyndi, javnvirði og fólkaræði og at búgva børnini til innlivan, samavgerð, samábyrgd, rættindi og skyldur í einum fólkaræðisligum samfelag, verður styrkt. Tískil verður mett, at uppskotið hevur jaligar fylgir fyri Sáttmála Sameindu Tjóða um rættindi hjá børnum, sbr. Bekendtgørelse nr. 6 af 16. januar 1992 om FN-konvention af 20. november 1989 om Barnets Rettigheder, sbr. serliga art. 12-17. Upplýsast kann, at Danmark við kunngerð hevur tikið burtur fyrivarni fyri Føroyar og Grønland, sbr. bekendtgørelse nr. 90 af 7. oktober 1993 om Danmarks tilbagetrækning af territorialt forbehold for så vidt angår Færøerne og Grønland over for FN-konvention af 20. november 1989 om Barnets Rettigheder. 2.8. Tvørgangandi millumtjóðasáttmálar Uppskotið verður ikki mett at hava nakra ávirkan á Evropiska Mannarættindasáttmálan ella Sáttmála Sameindu Tjóða um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. 2.9. Marknaforðingar Ongar kendar marknaforðingar eru í uppskotinum. 2.10. Revsing, útpanting, sektir ella onnur størri inntriv

Lógaruppskotið hevur ongar ásetingar um revsing, útpanting, sektir, men lógaruppskotið tekur burtur fyrisitingarliga kærurættin hjá umsøkjarum og starvsfólkum í galdandi lóg. Hetta verður gjørt til tess at javnseta starvsfólk á dagstovnaøkinum við onnur kommunal starvsfólk, ið ikki kunnu kæra setanar- og starvsfólkamál fyrisitingarliga. Tó kunnu tey fara til Løgtingsins umboðsmann, Fasta Gerðarættin og dómstólarnar við tílíkum málum. 2.11. Skattir og avgjøld Uppskotið inniheldur ongar ásetingar um skattir og avgjøld. 2.12. Gjøld Uppskotið inniheldur ongar ásetingar um gjøld. 2.13. Áleggur lógaruppskotið fólki skyldur? Uppskotið áleggur ikki fólki skyldur. 2.14. Leggur lógaruppskotið heimildir til landsstýrismannin, ein annan enn landsstýrismannin ella til kommunur? Uppskotið leggur sum so ikki heimildir til landsstýrismannin, ein annan landsstýrismann ella til kommunurnar. Tó er ásett, at eitt umboð fyri Mentamálaráðið skal vera í Dagstovnaráðnum. Hesa umboðan kann Mentamálaráðið sambært fyrisitingarligari grundreglu delegera til undirliggjandi stovn hjá ráðnum. 2.15. Gevur lógaruppskotið almennum myndugleikum atgongd til privata ogn? Nei. 2.16. Hevur lógaruppskotið aðrar avleiðingar? Nei. landið/landsmyndugleikar kommunalar myndugleikar pláss/øki í landinum ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir vinnuna Fíggjarligar/ búskaparligar Nei Nei Nei Nei Nei avleiðingar Umsitingarligar avleiðingar Ja Ja Nei Nei Nei Umhvørvisligar avleiðingar Nei Nei Nei Nei Nei Avleiðingar í mun

til altjóða avtalur og reglur Sosialar Nei Nei Nei Nei Nei avleiðingar Nei Nei Nei Nei Nei Kap. 3. Serligar viðmerkingar Til nr. 1 2, stk. 2 í galdandi lóg verður strikað, tí við uppskotinum verður tað ikki longur landsstýrismaðurin, ið veitir kommunum ráðgeving og vegleiðing í námsfrøðiligum spurningum. Tann uppgávan verður við uppskotinum løgd til Dagstovnaráðið. Til nr. 2 Av lógartøkniligum ávum verður tað mett hóskandi at hava eina yvirskift millum endamálsorðingina í lógini og so ásetingina í 2 a um Dagstovnaráðið. Til nr. 3 Uppgávan hjá Dagstovnaráðnum er at ráðgeva og vegleiða kommunum í námsfrøðiligum spurningum. Her verður serliga hugsað um, hvussu endamálið við dagstovnalógini - við framhaldandi at menna, menta og hava umsorgan fyri børnum í tryggum viðurskiftum á uppalingarligan fullgóðan hátt - verður rokkið á bestan hátt. Uppalingin í dagstovnum og dagrøktum eigur at vera grundað á andsfrælsi, tollyndi, javnvirði og fólkaræði. Dagstovnurin og dagrøktin eiga at búgva børnini til innlivan, samavgerð, samábyrgd, rættindi og skyldur í einum fólkaræðisligum samfelag. Við støði í lóggávuni og námsfrøðiligu stevnumiðunum fyri dagstovnar hjá Mentamálaráðnum frá 2016 skal Dagstovnaráðið veita kommununum ráðgeving og vegleiðing í námsfrøðiligum spurningum. Dagstovnaráðið kann ráða kommunum til at seta í verk royndarvirksemi og menningarvirksemi og granskingarætlanir viðvíkjandi dagstovnaøkinum. Sum liður í hesum kann Dagstovnaráðið meta um menningina á dagstovnaøkinum, og á hesum grundarlagi kann Dagstovnaráðið ráðgeva kommunum í námsfrøðiligum viðurskiftum. Dagstovnaráðið kann harumframt ummæla tey mál dagstovnaøkinum viðvíkjandi, sum kommunurnar leggja fyri tað. Harumframt kann Dagstovnaráðið av egnum fyritakssemi viðgera og ummæla øll mál, sum eftir meting ráðsins eru týdningarmikil við virksemið á dagstovnaøkinum, eins og Dagstovnaráðið av egnum fyritakssemi kann bera fram við upplýsingarvirksemi tey royndarúrslit, dagstovnar hava fingið við royndar- og menningarvirksemi sínum. Dagstovnaráðið kann royna at menna eftirmetingarhættir av virkseminum á tí einstaka dagstovninum, og Dagstovnaráðið kann mæla kommunum til í verki at fremja menningar- og granskingarverkætlanir í møguligum samstarvi við Námsvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum ella við aðrar útbúgvingar- og granskingarstovnar. Dagstovnaráðið kann eisini mæla kommunum til, at stuðul verður veittur til royndar- og menningararbeiði.

Av tí at talan er um eitt Dagstovnaráð, ið skal ráðgeva og vegleiða øllum kommunum í námsfrøðiligum spurningum, verður tað mett náttúrligt og hóskandi, at tað eru kommunurnar umvegis Føroya Kommunufelag, ið taka stig til, at Dagstovnaráðið verður stovnsett. Ásetingin sigur, hvørji umboð skulu vera í Dagstovnaráðnum, tí mett verður, at nevndu partar hava stóran áhuga í økinum. Sagt skal vera frá, at Mentamálaráðið sambært fyrisitingarligari grundreglu um delegatión kann delegera umboðanina til stovn undir ráðnum. Mett verður eisini, at tað er eitt upplagt høvi, at Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum er umboðað í Dagstovnaráðnum, tí á tann hátt gerst møguligt við einum tættari samstarvi millum dagstovnaøkið og granskingina á økinum. Skotið verður upp, at Dagstovnaráðið skipar seg sjálvt, og ger sjalvt sínar viðtøkur og fundarskipan. Av tí at talan er um nakað, sum líkist einum interkommunalum samstarvi verður tað mett hóskandi, at Føroya Kommunufelag er skrivstova ráðsins. Til nr. 4 Við hesum lógaruppskoti verður tað ikki longur gjørligt hjá pørtum at kæra kommunal setanarog starvsfólkamál innan dagstovna- og dagrøktarøkið til landsstýrismannin. Á tann hátt verður ein tulkingaróvissa millum Mentamálaráðið og Løgtingsins umboðsmann einumegin og Føroya Kommunufelag og ávísar kommunur øðrumegin beind av vegnum. Hetta fer at spara umsitingarliga orku, samstundis sum tað fer eisini at javnstilla dagstovnaøkið við onnur kommunal starvsøki, har tað vanliga ikki ber til at kæra tílík mál til hægri fyrisitingarligan myndugleika. Tó ber framhaldandi til at klaga til Løgtingsins umboðsmann, at leggja málið fyri dómsvaldið ella Fasta Gerðarrættin. Til 2 Áseting um gildiskomu. Rigmor Dam landsstýrismaður / Poul Geert Hansen Yvirlit yvir fylgiskjøl: Fylgiskjal 1: Javntekstur Fylgiskjal 2: Fylgiskjal 3: