Januar Almennar tryggingartreytir

Relaterede dokumenter
Almennar tryggingartreytir fyri P/F Tryggingarfelagið Lív

Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging

Felagslívstrygging. fyri limir í Føroya Fiskimannafelag. Havnar Arbeiðsmannafelag Føroya Arbeiðarafelag. Felagslívstrygging

Januar Tryggingartreytir. Hundaábyrgdartrygging

Havnar Arbeiðsmannafelag Føroya Arbeiðarafelag Felagslívstrygging. Havnar Arbeiðsmannafelag Føroya Arbeiðarafelag Felagslívstrygging

Føroya Arbeiðarafelag Felagslívstrygging

Føroya Arbeiðarafelag. Havnar Arbeiðsmannafelag. Felagslívstrygging. Havnar Arbeiðsmannafelag. Føroya Arbeiðarafelag. Felagslívstrygging

Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging

Sagsøgeren har påstået sagsøgte dømt til at betale kr. med procesrente fra den 26. juni 2003, subsidiært procesrente fra den 22. april 2008.

Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland

Vanlukkutrygd tryggingartreytir. nr Januar Tryggingartreytir 1

Ognarskiftistrygd tryggingartreytir. nr Tryggingartreytir

forbindelse med både ansættelse, ændring i ansættelsesforhold og ved afslutning af ansættelsen.

Uppskot. til. løgtingslóg um rættindi løntakaranna í sambandi við, at landsstýrið yvirtekur mál og málsøki frá ríkismyndugleikunum

Heilsu- og innlendismálaráðið

Løgtingið. Tórshavn, tann 24. februar 2009 Vmr J.Nr.:

Januar Tryggingartreytir. Vanlukkutrygging

Desember Tryggingartreytir. Bátatrygging

Givið út 30. mai 2017

Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding av elinnleggjarum

Heilsu- og innlendismálaráðið

Løgmansskrivstovan. Løgtingið Dagfesting: 11. november 2016 Mál nr.: /16 Málsviðgjørt: GJ

Løgtingsmál nr. xx/2008: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tænastumenn landsins. Uppskot. til

Januar Tryggingartreytir. Ársferðatrygging

Januar2018. Tryggingartreytir. Einstøk ferð

11. december (Indsendelsesbekendtgørelsen) Kapitel 1 Anvendelsesområde

Gamlar myndir úr Norðuroyggjum

FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ. Løgtingsmál nr. xx/2011: Uppskot til løgtingslóg um eftirlønarsamansparing og skatt av eftirløn (Eftirlønarlógin) Uppskot.

Konference om affald på havet

Kunngerð um stuðul til hoyritól, sum seinast broytt við kunngerð nr. 21 frá 3. apríl 2013

Liðugfráboðan til eftirlits av Brunaávaringarskipan

OVERENSKOMST FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ FARMAKONOMFORENINGEN MELLEM

HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ

SÁTTMÁLI MILLUM FARMAKONOMFORENINGEN OG FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ

FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ. Løgtingsmál nr. 170/2010: Uppskot til løgtingslóg um eftirlønarsamansparing og skatt av eftirløn (Eftirlønarskattalógin) Uppskot

Goymslutreytir. 1. Alment

OVERENSKOMST 2011 til 2015

Vegleiðing um krøv í løgtingslóg um tryggingarvirksemi til nevndarlimir og stjórnarlimir um førleika og heiðursemi (fit & proper)

Løgmansskrivstovan. Dagfesting: 15. desember 2016 Mál nr.: /16 Málsviðgjørt: GMN. Fylgiskjal 1. Javntekstur

Januar Tryggingartreytir. Akfarstrygging

Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin. Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014

PRIVAT JANUAR 15 TRYGGINGARTREYTIR AKFARSTRYGGING

DOM. Under denne sag, der er anlagt den 16. august 2010, har sagsøgerne, A, B, C, D, E, F, H, I, J og K, nedlagt påstand om:

Landsstýrismálanevndin hevur viðgjørt málið á fundum 30. oktober 2012, 22. januar, 21. mars og 11. apríl 2013.

INNANHÝSIS. Uppskot til. Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af ændringslove til lov om luftfart

Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar

Álit. viðvíkjandi. víðkan av føroysku útbúgvingarstuðulsskipanini til allar lesandi føroyingar uttanlands

Álit við tilmæli um samsýning og eftirløn til løgtingslimir

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ. Løgtingsmál nr. 155/2009: Uppskot til løgtingslóg um útleigan av bústøðum (leigulógin) Uppskot. til

Børn og doyving Kunning til foreldur

Álit Viðvíkjandi klagu um vantandi fráboðan, grundgeving og kæruvegleiðing í avgerðum hjá TAKS

Starvsfólkasáttmáli

Álit um stýrisskipanarviðurskifti Føroya

Løgtingsmál nr. xx/2012: Uppskot til løgtingslóg um eftirlønarsamansparing og skatt av eftirløn (Eftirlønarlógin) Uppskot. til

FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ. Løgtingsmál nr. xxx: Uppskot til løgtingslóg um eftirlønarsamansparing og skatt av eftirløn (Eftirlønarlógin) Uppskot.

Lovbekendtgørelse om offentlig forsorg, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 105 frá 3. november 2016

STOVNAN AV KUNDASAMBANDI PRIVAT

Løgtingið Tórshavn, tann 9.juni 2015 J.nr.: 12/ Løgtingsmál nr. / 2015: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar søloven

23 Uppskot til løgtingslóg um umskipan av Føroya Lívstrygging Skjal 0. Frágreiðing um umskipan av Føroya Lívstrygging til partafelag

Løgtingsmál nr. 121/2012: Uppskot til løgtingslóg um eftirlønarsamansparing og skatt av eftirløn og rentutryggingum (Eftirlønarlógin) Uppskot.

- Webundersøgelse, Fólkaskúlaráðið, oktober Fólkaskúlaráðið. Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på

Fíggjarmálaráðið. Løgtingið Dagfesting: 7. februar 2018 Mál nr.: 17/ Málsviðgjørt: JEK

Under arbejdet med kunngerðini er jeg blevet opmærksom på 3 områder i loven, jeg mener vi lige må tænke over en ekstra gang.

Strongdkanning av limum hjá Starvsmannafelagnum. Gjørd av Fegin Ábyrgdari: Niclas Heri Jákupsson

Akademiútbúgvingin. Próvtøkan juni Føroya Handilsskúli

Skatta- og avgjaldsmál avgerðir

Akfarstrygd tryggingartreytir. Tryggingartreytir 1

Juni Tryggingartreytir. Akfarstrygging

Viðvíkjandi: P/f Tryggingarfelag Føroyar yvitekur virkisøkið frá P/f Trygd

Almannastovan. Almannastovan. Skjal 11. Dagur J. nr I. Almanna- & Heilsumálastýrið Fyrisitingardeildin Eirargarður Tórshavn

DOM. De sagsøgte har nedlagt påstand om frifindelse, således at Skatte- og afgiftkærenævnets afgørelse af 9. november 2016 stadfæstes.

Løgmansskrivstovan. Løgtingið Dagfesting: 16. februar 2017 Mál nr.: /16 Málsviðgjørt: GJ/NF

Løgtingsmál nr. 59/2014: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar

Bygnaðarbroytingar, tænastumenn og grundgevingar

Orðið eigur í føroyskari felagsverklóg 1

Grannskoðaraeftirlitið. fghjklæøzxcvbnmqwertyuiopåasdfghj. Ársfrágreiðing og 2010

Tøl um royking í Føroyum

Løgtingsmál nr. 115/2011: Uppskot til løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin) Uppskot. til. løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin)

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

Løgtingsmál nr. 84/2010: Uppskot tilríkislógartilmæli um gildiskomu í Føroyum av lóg um Fólkatingsumboðsmann. U p p s k o t. til

Bekendtgørelse af overenskomst af 2. februar 2007 med Island om den maritime afgrænsning mellem Færøerne og Island

Kunngerð. grannskoðaraváttanir v.m.

Heilsu- og innlendismálaráðið

Frágreiðing frá arbeiðsbólki, ið skal lýsa hvørji átøk kunnu gerast til tess at fyribyrgja at borgarar enda uttanfyri arbeiðsmarknaðin

Givið út 25. oktober 2018

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Málsgongd Við skrivi, dagfest 12. desember 2008, sendi Mentamálaráðið soljóðandi uppsøgn til klagaran:

Sáttmáli millum Føroya Tekniska Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið um arbeiðstíð og yvirtíð

Løgmansskrivstovan. Løgtingsmál nr. xx/201x: Uppskot til broyting í lovbekendtgørelse om straffeloven

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál. Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess

Javntekstur og lykil. Galdandi orðingar í ættleiðingarlógini samanbornar við broyttu orðingarnar í uppskotinum til ættleiðingarlógarlóg

Læknavaktin Mannagongd 2014

Løgtingsmál nr. xx/2010: Uppskot til løgtingslóg um eftirlønaruppsparing og skatt av eftirløn. Uppskot. til

BORNE- OG SOCIALMINISTERIET HEILSU- OG INNLENDISMÅLARÅDID. Felags yvirlysing i sambandi vid yvirtøku av målsøkinum "persons-, husf61ka- og arvarætti"

Advokatskrivstovan Fr. Petersensgøta

INNLENDISMÁLARÁÐIÐ. Uppskot til løgtingslóg um ítróttarvedding

Vegleiðing at dagføra GPS-kort. Tillukku við tínum keypi av GPS-korti. Kortið fevnir um Føroyar.

Fulnaður fyri ávísar bráðsjúkur til børn sum ískoyti til bólkalívsavtalur og tryggingartreytir hjá NordikLív

LØG M A N S S K R I V S T O V A N. P r i m e M i n i s t e r s O f f i c e

LØGMANSSKRIVSTOVAN LØGDEILDIN

Transkript:

Almennar tryggingartreytir

1 Alment 3 2 Tryggingarpartar 3 3 Avtalugrundarlag 3 4 Ígildiskoma 3 5 Gjald 3 6 Gjaldskái 4 7 Gjaldsskeiðið endar 4 8 Fullnaður 4 A: Veiting við óarbeiðsføri 4 a.a: Avlamisupphædd 4 a.b: Bráðfeingis óarbeiðsførisveiting 5 a.c: Varandi óarbeiðsføri 5 a.d: Gjaldsundantøka 5 a.e: Umskúling 5 a.f: Avmarkingar 5 B: Útgjald við deyða 5 b.a: Hjúnafelagi/sambúgvi 6 b.b: Barnarenta 6 C: Bráðsjúkutrygging 6 9 Útgjald 6 10 Afturkeypsvirðið 6 11 Tryggingarøki 6 12 Serligar ásetingar 6 13 Fráboðan 7 14 Bólkatryggingar 7 15 Uppsagnartíð 8 16 Tagnarskylda 8 17 Kærur 8 18 Serligar treytir 8 2/8

1 Alment Stk.1 Hesar tryggingartreytir eru galdandi fyri tryggingaravtalur hjá Betri Pensjón. Stk.2 Tryggingin fylgir ásetingum í tryggingaravtalulógini. Tó kann víkjast frá hesum ásetingum í pensjónspróvnum og tryggingartreytunum. Stk.3 Tryggingaravtalan fylgir føroyskari lóggávu. 2 Tryggingarpartar Stk.1 Tryggingaravtalan byggir á skriftliga áheitan um trygging og tær heilsuupplýsingar, sum Betri Pensjón metir neyðugar fyri at taka støðu til avtalugrundarlagið. Hetta er eisini galdandi í sambandi við uppafturtøku av tryggingargjaldi, hækkingar og aðrar broytingar. Stk.2 Felagið er Betri Pensjón P/F. Stk.3 Tryggjaði er tann, hvørs lív og heilsu, ið trygging er teknað fyri. Stk.4 Tryggingartakari er tann, ið hevur gjørt avtalu við Betri Pensjón um trygging. Stk.5 Rættindahavi er tann, ið hevur rætt til veiting, um ella tá ið trygging fellur til gjaldingar. Stk.6 Børn eru egin børn, ættleidd børn og fosturbørn. Fosturbørn, treytað av, at hesi eru skrásett at búgva á sama bústaði sum tryggjaði. Stk.7 Sambúgvi er persónur, ið livir í føstum hjúnabandslíknandi parlagi við tryggjaða. Tað er ein treyt, at sambúgvin, sambært Landsfólkayvirlitinum - seinastu 2 samanhangandi árini - hevur havt sama bústað sum tryggjaði. Stk.8 Pensjónsprógvið vísir, hvør er tryggingartakari, tryggjaði og rættindahavi. 3 Avtalugrundarlag Stk.1 Innihaldið í avtaluni er skjalfest í penjónspróvnum og tryggingartreytunum hjá Betri Pensjón. Stk.2 Avtalan er grundað á tær upplýsingar, sum latnar eru skrivliga í sambandi við stovnan, hækkan ella seinni broytingar. Stk.3 Pensjónsprógvið er ikki eitt virðisbræv, og kann sostatt ikki nýtast sum trygd fyri láni. Stk.4 Fyri somu trygging ber til at útflýggja fleiri pensjónsyvirlit. Stk.5 Eru upplýsingar duldar, ella samsvara tær ikki við verulig viðurskifti, ið kunnu haldast at hava týdning í sambandi við góðtøkuna, galda grein 4-10 í lóg um tryggingaravtalur. Eftir hesum reglum kann tryggingarveiting verða lækkað ella heilt falla burtur. Í serligum føri kann tryggingaravtalan falla burtur. Stk.6 Allar tryggingar verða teknaðar fyri eitt ár í senn. 4 Ígildiskoma Stk.1 Tryggingin tekur við, tá Betri Pensjón hevur móttikið neyðugar upplýsingar og góðtikið tryggingina. Er trygging góðtikin við vanligum treytum, tekur felagið við ábyrgd tann dagin, sum í umsóknini verður nevndur gildiskomudagur. Eisini ber til at gera avtalu um annan dag. Stk.2 Hevur Betri Pensjón tikið fyrivarni, tekur tryggingin við frá tí degi, tryggingartakarin hevur boðað Betri Pensjón frá, at hesin góðtekur tilboðið við herdum treytum. Avtala kann gerast um, at tryggjaði skrivliga skal góðtaka herdu treytirnar. Stk.3 Um so er, at tryggingartakarin doyr ella gerst óarbeiðsførur, eftir at áheitanin er send til Betri Pensjón, verður fullnaður veittur í tann mun, Betri Pensjón vildið góðtikið tryggingaráheitanina undir vanligum umstøðum. Stk.4 Verður tryggingargjaldið goldið sum innskot, kann fullnaðurin treytast av, at innskotið er komið á kontu hjá Betri Pensjón. 5 Gjald Stk.1 Tryggingargjaldið verður ásett í mun til tekniska grundarlagið hjá Betri Pensjón, ið Tryggingareftirlitið hevur góðkent, og verður ásett fyri 1 ár í senn. Stk.2 Tryggingargargjaldið fellur til gjaldingar framm anundan á avtalaðu gjaldsdøgunum. Tað skal vera goldið í seinasta lagi, tá ið felagið tekur við ábyrgd. Stk.3 Felagið krevur tryggingargjøld inn á tí bústaði, ið tryggingartakarin hevur uppgivið. Flytur tryggingartakarin av landinum, verður avtala gjørd við Betri Pensjón um, 3/8

hvussu tryggingargjaldið verður goldið. Stk.4 Avtala kann gerast um, at tryggingin verður goldin, uttan at Betri Pensjón sendir uppkrav. Stk.5 Verður fyrsta gjaldið ikki goldið rættstundis, sum tilskilað er í pensjónspróvnum, fellur ábyrgdin hjá felagnum burtur. Seinni gjøld hava 3 mánaða freist. Stk.6 Er tryggingargjald ikki goldið, og felagið ikki longur hevur ábyrgd, fær felagið aftur ábyrgd, um eftirstøða verður goldin innan 3 mánaðir eftir, at felagið slapp undan ábyrgd. Stk.7 Verður eftirstøða goldin eftir 3 mánaðir, verða heilsuupplýsingar kravdar. Felagið fær aftur ábyrgd, um so er, at felagið góðtekur hesar heilsuupplýsingar. Tað er tó treytað av, at goldið verður innan 3 ár eftir fyrstu eftirstøðu. Stk.8 Er eftirstøða, og tryggjaði ikki er tryggingartakari, verður kravt, at tryggingartakarin rindar eftirstøðuna. Stk.9 Um so er, at avtala er gjørd um, at onnur enn tryggjaði skulu gjalda inn til Betri Pensjón, fráboðar Betri Pensjón tryggjaða, at fullnaðurin verður lækkaður/fellur burtur, um gjaldið ikki er goldið innan 3 mánaðar. Stk.10 Tað verður roknað renta og umsitingargjald fyri gjøld, sum verða goldin seinni enn 1 mánað aftaná ásetta gjaldsdagin, tó innan fullnaðurin er fallin burtur. Stk.11 Eftirstøða rentar við 6% p.a. oman fyri diskontuna. Í serligum førum kann tryggingartakari gera avtalu við felagið um eftirstøðu og rentu. Stk.12 Gjøld, sum koma inn aftaná at gjaldsskyldan er lokin, verða goldin útaftur. 6 Gjaldskái Stk.1 Tá Betri Pensjón hevur móttikið tryggingargjøld í minsta lagi 1 ár, kann í serligum føri veitast gjaldskái í upp til 1 ár, uttan at fullnaðurin verður skerdur ella fellur burtur. Stk.2 Áheitanin um gjaldskáa skal verða Betri Pensjón í hendi, áðrenn fullnaðurin er skerdur ella fallin burtur. Gjaldskáin er treytaður av, at trygd er fyri trygg ing argjaldinum í samansparda virðinum. 7 Gjaldskeiðið endar Stk.1. Gjaldskeiðið endar sum avtalað í pensjónspróvnum. Stk.2 Um tryggjaði doyr áðrenn henda dagin, fellur tryggingargjaldið burtur tann 1. í mánaðinum eftir, at tryggjaði doyði. 8 Fulnaður Stk.1 Í pensjónspróvnum er ásett, hvørjar veitingar avtalan fevnir um. Tryggingarupphædd og váðistíðarskeið er eisini tilskilað í pensjónspróvnum. A. Veiting við óarbeiðsføri Stk.1 Óarbeiðsføri verður ásett sambært læknaligari meting, og eftir hvat tryggjaði er førur fyri at forvinna. Stk.2 Tryggjaði verður sagdur at vera óarbeiðsførur, um arbeiðsførleikin er minkaður við 2/3 ella meiri í váðaskeiðnum. Stk.3 Fevnir avtalan um óarbeiðsførisveiting millum ½ og 2/3 óarbeiðsføri, verður útgoldin hálv tryggingarveiting. Stk.4 Fyrsta útgjald sambært óarbeiðsføristrygging verður goldið 3 mánaðir eftir, at tryggjaði verður óarbeiðsførur. Goldið verður so leingi óarbeiðsføri stendur við, og tryggjaði er á lívi. Tó í mesta lagi fram til endan av avtalaða tryggingarskeiðnum. Goldið verður hvønn mánað frammanundan. Stk.5 Árliga tryggingarveitingin kann í mesta lagi vera 80% av ársinntøkuni eftir skatt. Hevur tryggingartakari tryggjað seg fyri sama váða í øðrum felag, og samlaða veitingin fer uppum 80% av ársinntøkuni eftir skatt, verður mótroknað lutfallsliga soleiðis, at samlaða veitingin verður 80% eftir skatt. a.a Avlamisupphædd Stk.1 Avlamisupphæddin verður goldin út í einum. Rætturin til útgjald er treytaður av, at almenna arbeiðsorkan er varandi skerd við 2/3 ella meira. Upphæddin verður í fyrsta lagi útgoldin 12 mánaðir eftir, at tryggjaði hevur rætt til útgjald, sambært ásetingunum í 8 A. stk. 4. Stk.2 Varandi skerd arbeiðsorka merkir, at arbeiðsførleikin, vegna sjúku ella vanlukku, er skerdur við 2/3 ella meira av tí, ið vanligt er fyri ein fult arbeiðsføran persón. Metingin er ikki avmarkað til størv, sum tryggjaði hevur havt frammanundan. 4/8

a.b Bráðfeingis óarbeiðsførisveiting Stk.1 Bráðfeingis óarbeiðsførisveiting verður útgoldin í mánaðarligum veitingum. Bráðfeingis óarbeiðsføri merkir, at tryggjaði fyribils ikki er førur fyri at útinna sítt dagliga yrki. Rætturin til útgjald er treytaður av, at arbeiðsførleikin vegna sjúku ella vanlukku er skerdur við 2/3 ella meira av tí, ið vanligt er fyri fult arbeiðsføran persón við atliti til verandi starv. Stk.2 Útgoldið verður um so er, at tryggjaði í fyrstu atløgu er sjúkrameldaður í 6 mánaðir ella meira. Útgjaldið kann í mesta lagi halda fram í 18 mánaðir frá fyrsta útgjaldingardegi, sambært ásetingunum í 8A, stk.c. Um Betri Pensjón staðfestir, at talan er um varandi óarbeiðsføri, fellur rætturin til útgjald vegna bráðfeingis óarbeiðsføri burtur. Síðani verður útgoldið sambært 8A, stk.c. varandi óarbeiðsføri. Stk.3 Tað verður ikki veitt útgjald fyri eitt nýtt tíðarskeið við bráðfeingis óarbeiðsføri, fyrstu 2 árini eftir at rætturin til útgjald er fallin burtur, um so er, at óarbeiðsføri beinleiðis ella óbeinleiðis stavar frá somu sjúkugongd, sum gav rætt til fyrra útgjaldið. a.c Varandi óarbeiðsførisveiting Stk.1 Varandi óarbeiðsførisveiting verður útgoldin í mánaðarligum veitingum. Útgoldið verður, um arbeiðsførleikin, vegna sjúku ella vanlukku, varandi er skerdur við 2/3 ella meira av tí, ið vanligt er fyri ein fult arbeiðsføran persón. Metingin er ikki avmarkað til størv, sum tryggjaði hevur havt frammanundan. Stk.2 Útgjald vegna varandi óarbeiðsføri er treytað av, at ásetta óarbeiðsføri ikki batnar við læknaviðgerð, umskúling ella á annan hátt. Tryggjaði hevur skyldu til at boða Betri Pensjón frá, um heilsan batnar. Stk.3 Betri Pensjón kann til eina og hvørja tíð krevja skjalprógv fyri, at arbeiðsførið er minni enn 1/3. Stk.4 Verður tryggjaði arbeiðsførur aftur, fellur rætturin til framhaldandi útgjøld vegna mistan arbeiðsførleika burtur. a.d Gjaldsundantøka Stk.1 Í tí føri, at tryggjaði hevur rætt til gjaldsundantøku grunda á avlamni ella óarbeiðsføri, fellur tryggingjaldið burtur tann 1. í mánaðinum eftir, at treytin fyri gjaldsundantøku er lokin. Stk.2 Tryggingarupphæddin verður goldin inn á pensjónskipanina, sum tryggjaði hevur hjá Betri Pensjón. Goldið verður, so leingi arbeiðsorkan er skerd við 2/3 ella meira, óarbeiðsføri stendur við, og tryggjaði er á lívi, tó í mesta lagi fram til endan av avtalaða tryggingarskeiðnum. Ynskir tryggjaði at fáa upphæddina útgoldna sum óarbeiðsførisveiting, er eisini møguleiki fyri hesum. Stk.3 Er tryggingin teknað soleiðis, at hendan eisini fevnir um útgjald millum 1/2 og 2/3 óarbeiðsføri, verður gjaldsundantøka veitt fyri helmingin av trygg ingarveitingini. Ynskir tryggjaði at fáa veitingina útgoldna sum óarbeiðs førisveiting, er eisini møguleiki fyri hesum. a.e Umskúling Er møguleiki fyri at endurvinna arbeiðsførleikan við umskúling, kann játtast útgjald í tíðarskeiðnum, umskúlingin fer fram. Útgjald í sambandi við umskúling kann í mesta lagi játtast upp til 3 ár. a.f Avmarkingar Veiting vegna óarbeiðsføri gevur ikki rætt til útgjald, um skaðin stendst av: at tryggjaði skaðar seg við vilja sjúku ella vanlukku, ið er orsakað av rúsdrekkamisnýtslu, sjálvelvdari rúsing ella evnum við tílíkum virknaði sálarligum ella likamligum sjúkustandi uttan objektiv tekin, ella tá hesin ikki kann staðfestast læknaliga, uttan so at sjúkustandurin hevur elvt til innlegging á sjúkrahús viðurskiftum, ið standa í brotinum um serligar ásetingar, víst verður til 12. Elvir skaðin til, at tryggjaði doyr, verður víst til brot um serligar ásetingar 12, stk. 8. B. Útgjald við deyða Stk.1 Doyr tryggjaði, verður útgoldin upphædd, sum er tilskilað í pensjónspróvnum. Stk.2 Avmarkingar í sambandi við serligar ásetingar eru greinaðar í 12. 5/8

b.a Hjúnafelagi/sambúgvi Stk.1 Fevnir bólkatrygging um útgjald við deyða hjá hjúnafelaga/sambúgva, verður avtalaða tryggingar upphæddin útgoldin til tryggjaða. Stk.2 Er tryggingarupphæddin ásett við niðurskurði í mun til aldur, verður útgoldið í mun til aldurin hjá tryggjaða. b.b Barnarenta Stk.1 Fevnir tryggingin um barnarentu og tryggjaði doyr í váðaskeiðnum, verður útgoldin ein mánaðarlig veiting til hvørt barnið undir 21 ár. Goldið verður til egin børn, ættleidd børn og fosturbørn. Fosturbørn, treytað av at hesi eru skrásett at búgva á sama bústaði sum tryggjaði. Stk.2 Útgoldið verður í mánaðarligum veitingum, til barnið fyllir 21 ár. Útgoldið verður 1. í mánaðinum eftir, at tryggjaði doyði, og seinasta útgjaldið er 1. í mánaðinum eftir, at barnið er fylt 21 ár. C. Bráðsjúkutrygging Víst verður til serligu ásetingarnar fyri Bráðsjúkutrygging. 9 Útgjald Stk.1 Um ikki annað er avtalað, verður goldið út til tryggjaða, um hesin er á lívi. Stk.2 Í sambandi við deyða verður goldið út sambært tilskilan. Goldið verður út uttan um búgvið. Er eingin tilskilaður í sambandi við deyða, verður goldið út til búgvið. Stk.3 Fyri bólkatryggingar er galdandi, at útgoldið verður til næsta avvarðandi, uttan so, at onnur skriftlig avtala er gjørd við Betri Pensjón. Stk.4 Hugtakið næsti avvarðandi fevnir í fyrstu atløgu um hjúnafelagan. Er eingin hjúnafelagi, fáa lívsarvingar, t.v.s. børnini, tryggingarupphæddina. Eru eingir lívsarvingar verður útgoldið sambært testamenti. Er einki testamenti, verður útgoldið sambært arvalógini. Stk.5 Í sambandi við útgjald, útvegar rættindahavi sær tær upplýsingar, sum Betri Pensjón metir vera neyðugar, t.d. aldursprógv, deyðsváttan ella tílíkt. Rættindahavin ber kostnaðin av at útvega sær hesar upplýsingar. Stk.6 Tá goldið verður út sambært tilskilan ella ásetingunum í sambandi við bólkatryggingar, kann kravánari(kreditorur) ikki gera krav í upphæddunum. Stk.7 Í sambandi við óarbeiðsføri eru tryggjaði og rættindahavi sami persónur. Veiting í sambandi við óarbeiðsføri verður sostatt latin tryggjaða. Stk.8 Endurgjald vegna óarbeiðsføri verður veitt frá 1. í mánaðinum eftir, at tryggjaði hevur rætt til útgjald sambært ásetingunum um óarbeiðsføri í 8. Hetta er treytað av, at fráboðanin er send Betri Pensjón innan 6 mánaðar frá tí degi, at tryggjaði misti arbeiðsføri. Verður kravið sent Betri Pensjón eftir at 6 mánaðir eru lidnir, verður endurgjald veitt frá 1. í mánaðinum eftir, at kravið er fráboðað. Stk.9 Skattur og avgjøld, ið Betri Pensjón hevur skyldu til at gjalda myndugleikum, verða drigin frá, áðrenn veiting verður goldin út. 10 Afturkeypsvirði Afturkeypsvirðið er tað virði, ið felagið ásetur eftir reglum, sum Tryggingareftirlitið hevur góðkent. Afturkeypsvirðið kann eftir áheitan verða goldið út. 11 Tryggingarøki Tryggjaði kann ferðast kring allan heimin, uttan at hetta broytir fullnaðin á tryggingini. Tó verður víst til undantøkini í 12. 12 Serligar ásetingar Stk. 1. Økist vandin fyri kríggi í føroyskum ella donskum øki, verður kravt ískoytisgjald, ið Tryggingareftirlitið hevur góðtikið. Stk. 2 Er tryggjaði í krígstænastu eftir boðum frá føroysku stjórnini ella eftir boðum um at verja danskt øki, tekur tryggingin bert við, um hon hevur verið í gildi uttan slit 6 mánaðir fyri kríggið. Onnur tænasta, sum kann vera samanborin við kríggj, uppreistur, borgarligan ófrið, brotsverk ella annað tílíkt, verður ikki dekkað. Stk 3. Hevur trygging verið í gildi uttan slit seinasta árið áðrenn skaðadagin, tekur hon við øktum vanda, sum stendst av: 1. at tryggjaði er staddur í øki, har vandin fyri kríggi, krígslíkari støðu, uppreistri ella borgaligum ófriðið er øktur 2. at tryggjaði er staddur í øki, har tað alment er boðað frá heilsuvanda ella øðrum serligum vanda, ið vanliga ikki er 6/8

3. at tryggjaði starvast í vandamiklari vinnu, t.d. arbeiði á boripalli, vinnuligari kaving, flúgving í sambandi við myndatøku og drekaflúgving 4. luttøku í kanningarferð til vandamikil øki 5. luttøku í motorkappkoyring av øllum slagi; undantikin innlendis í Føroyum innan fyri øki, sum ferðslulógin fatar um 6. hálv- ella heilyrkisligari ítróttaíðkan Stk.4 Við eykagjaldi fyrsta árið, kann tryggingin víðkast til at fevna um omanfyrinevndu umstøður við innliman. Stk.5 Tryggjaði hevur skyldu at boða Betri Pensjón frá, um váðin broytist orsakað av eini áseting, sum nevnd er í 12 stk.3. Stk.6 Øll ískoytisgjøld fyri serligan váða skulu vera avtalað frammanundan. Stk.7 Tryggingin tekur ikki við beinleiðis ella óbeinleiðis avleiðingum, ið standast av øktum vanda við kjarnorku, hvørki í krígstíð ella friðartíð. Tó ber til at gera skrivliga avtalu við Betri Pensjón um ískoytisgjald fyri slíkan fullnað. Stk.8 Veiting við deyð verður ikki latin, um tryggjaði er deyður fyri egnari hond, ella hevur roynt at taka lívið av sær, uttan so at tryggingin hevur verið í gildi uttan slit seinasta árið fyri deyðsdagin. Stk.9 Avmarkingar nevndar í stk. 3 og 4 eru ikki galdandi, tá tryggingin er teknað sum liður í bólkatrygging, har limaskapur er kravdur. 13 Fráboðan Stk.1 Fráboðan um tryggingartilburð, ið kann elva til krav móti felagnum, skal gerast skjótast gjørligt á oyðublaði hjá Betri Pensjón. Stk.2 Verður boðað frá óarbeiðsføri seinni enn 6 mánaðir eftir, at skaðin er hendur, verður útgjaldið roknað frá fráboðanardegnum. Stk.3 Við deyða er fyrningarfreistin 2 ár, roknað frá ársloki, tá ið tann, ið eigur kravið, fær at vita um kravið, og í seinasta lagi 5 ár eftir, at tryggingartakarin er deyður. Víst verður til ásetingar í tryggingaravtalulógini 29. Stk.4 Tryggjaði hevur skyldu at lata seg kanna hjá lækna, sum Betri Pensjón velur. Betri Pensjón hevur eisini rætt til innlit í allar upplýsingar frá teimum, ið tryggjaði hevur verið viðgjørdur hjá. Stk.5. Tryggjaði hevur skyldu at vera í neyðugari læknaviðgerð og fylgja ávísingum læknans. Annars kann rætturin til veiting fella burtur. Stk.6. Doyr tryggjaði, skal deyðsváttan og læknaváttan, sum staðfestir orsøkina til deyðan, latast til Betri Pensjón. Í serligum føri hevur felagið rætt at krevja líkuppskurð. Stk.7. Felagið rindar tær útreiðslur, ið standast av krøvum felagsins. 14 Bólkatryggingar Stk.1 Serligar bólkatryggingar eru avtalur, ið verða gjørdar millum Betri Pensjón og tryggingartakara. Tryggingartakari kann vera arbeiðsgevari, yrkisfelag ella annar nærri greinaður áhugabólkur. Stk.2 Almenn bólkatrygging er avtala, ið verður gjørd millum Betri Pensjón og tryggjaða, tá tryggjaði eisini er tryggingartakari. Stk.3 Innliman í bólkatrygging er treytað av, at Betri Pensjón fær allar váðaupplýsingar, ið verða umbidnar; t.d. arbeiðsførleikaváttan ella heilsuváttan. Stk.4 Fyri serliga bólkatrygging, fara allar samráðingar fram millum tryggingartakara og Betri Pensjón. Tryggjaði kann tó avtala persónligu viðurskiftini, t.d. um avvarðandi og tilskilan. Stk.5 Er tryggingartakari arbeiðsgevari hjá tryggjaða, stendur tryggingartakari fyri øllum gjøldum, eisini partinum hjá tryggjaða. Stk.6 Fer tryggjaði úr starvi, tekur seg úr yrkisfelagi, ella ikki er limur í felagnum hjá tryggingartakaranum, verður tryggjaði fluttur úr serligu bólkatryggingini í almennu bólkatryggingina við teimum treytum, ið har eru galdandi. Stk.7 Hevur tryggjaði rætt til at gerast limur í aðrari serligari bólkatrygging, verður tryggjaði innlimaður við teimum treytum, ið har eru galdandi. Slík flyting fer fram seinasta dag í mánaðinum, tá ið tryggjaði skiftir bólkatrygging. Stk.9 Lýkur tryggjaði ikki longur treytir fyri bólkatrygging, 7/8

fellur tryggingin burtur seinasta dag í mánaðinum, tá ið limur missur rættin til bólkatrygging. 15 Uppsagnartíð Stk.1 Freistin í sambandi við uppsøgn er 30 dagar, roknað frá 1. í mánaðinum eftir at upsøgnin er móttikin. Stk.3 Umframt allar vanligar lógir og serligu lógina um tryggingaravtalur, galda allar reglur hjá Betri Pensjón fyri tryggingina. Stk.2 Bólkatrygging, ið er avtalað við arbeiðsgevara, yrkisfelag ella annan nærri greinaðan áhugabólk kann sigast upp fram til árslok. Freistin í hesum sambandi er 3 mánaðir. Stk.3 Hækkar tryggingargjald, ella verða treytir herdar, er uppsagnarfreistin 30 dagar. Treytin er tó, at uppsøgnin er Betri Pensjón í hendi í seinasta lagi 30 dagar eftir, at tryggingartakari varð kunnaður. 16 Tagnarskylda Stk.1 Øll starvsfólk hava tagnarskyldu í sambandi við tær upplýsingar, sum tey fáa í starvinum hjá Betri Pensjón. Stk.2 Tagnarskyldan er eisini galdandi aftaná, at starvsfólkið er farið úr starvi hjá Betri Pensjón. 17 Kærur Stk.1 Er tryggjaði ósamdur við avgerð hjá Betri Pensjón, kann kæra sendast skrivliga til kæruviðgerðan hjá Betri Pensjón. Um so er, at semja ikki fæst í málinum, kann kæra síðani sendast til: Ankenævnet for Forsikring Anker Heegaards Gade 2 DK-1572 København Tel. +45 33 15 89 00 Tað ber eisini til at senda kæruna beinleiðis til Ankenævnet for Forsikring. Stk.2 Tryggjaði rindar sjálvur gjald, ið kærunevndin ásetur. Gjaldið verður goldið aftur, um tryggjaði fær fult ella lutvíst rætt í kæruni, ella um tryggjaði sjálvur tekur kæruna aftur. 18 Serligar treytir Stk.1 Er tryggingin teknað við øðrum treytum enn teimum, ið her eru nevndar, er hetta tilskilað í pensjónspróvnum. Stk.2 Allar tíðarfestingar eru at skilja sum kl. 12 á middegi tann tilskilaða dagin. 8/8