Alternativur flogvøllur í Føroyum.
|
|
|
- Svend Dahl
- 8 år siden
- Visninger:
Transkript
1 J. nr EK (at tilskila í svari) Tórshavn, 30. mars 2010 Veðurfrøðilig frágreiðing um kanning í samband við flogvallaviðurskifti Alternativur flogvøllur í Føroyum. Nógvar meiningar um ein alternativan flogvøll hava verið frammi í miðlunum, og ymisk hugskot eru lýst í tekningum og modellum. Ongar veðurfrøðiligar, búskaparligar og staðfrøðiligar kanningar eru tó gjørdar, sum kunnu lýsa, hvar best hóskandi plássini til flogvøll eru í Føroyum, ella um Vága Floghavn er besta plássið til flogferðslu í framtíðini. hevur tey seinastu árini arbeitt við eini heildarætlan fyri flogferðsluna, og stovnurin hevur m.a. kannað møguleikarnar fyri einum alternativum flogvølli. Hetta er gjørt í samráð við tann politiska myndugleikan, t.e. Vinnumálaráðið, sum hoyrdi undir, tá kanningarnar fóru í gongd, og síðani Innlendismálaráðið, sum hoyrir undir í dag. At gera eina heildarætlan fyri flogferðslu, har møguleikarnir fyri einum alternativum flogvølli eisini skulu kannast, er eitt arbeiði, sum tekur drúgva tíð. Nógvar forkanningar mugu gerast, og hetta arbeiðið má gerast í stigum. Fyrsta stigið hevur verið at kanna, hvar tað staðfrøðiliga ber til at gera ein flogvøll. Hetta arbeiðið er gjørt og verður lýst nærri niðanfyri. Næsta stigið hevur verið at kanna tey verðurfrøðiligu viðurskiftini á teimum plássum, har tey staðfrøðiligu viðurskiftini eru í lagi. Hetta arbeiðið er komið væl áleiðis, og ein fyribils niðurstøða er gjørd, sum er lýst niðanfyri. Um tað vísir seg neyðugt, skulu víðari kanningar av teimum veðurfrøðiligu viðurskiftunum gerast, eitt nú numeriskar simuleringar v.m. Síðani skulu møguligar ískoytiskanningar, eitt prosjektuppskot, ein kostnaðarmeting og ein búskaparlig frágreiðing gerast, áðrenn eitt endaligt tilmæli kann gerast, ið kann brúkast sum grundarlag til politiska støðutakan. Roknað verður við, at hetta arbeiðið kann verða liðugt í Staðfrøðiligar kanningar Í kanningunum, sum hevur sett í verk, er hugt eftir, hvar tað staðfrøðiliga ber til at gera ein flogvøll, sum í minsta lagi skal vera m langur og sum lýkur øll galdandi myndugleikakrøv til inn- og útflúgving og til lendi nærhendis vøllinum. Grundarlag
2 Sum grundarlag fyri lendiskanningunum, sum saman við serfrøðingum hevur gjørt, er brúkt Hæddarkortini hjá Kort & Matrikelstyrelsen 2 m hæddarkortini hjá FDS Myndakortini hjá FDS Matrikulkortini hjá Matrikulstovuni Grundkortini hjá FDS Í sambandi við lendiskanningar, nøgdarútrokning og kortgerð hevur brúkt Microstation V8 AutoCAD 2008 NovaPoint 17.1 NovaPoint vejmodel og terrænmodel NovaPoint Virtuel MAP 4 Niðanfyri nevndu krøv eru galdandi fyri flogvøllir og inn- og útflúgvingarøki og eru tískil brúkt í sambandi við kanningarnar ICAO Annex 14 ICAO Doc 8168 Volume I and II Aircraft Operations (PANS-OPS) ICAO Doc 9905-AN/471 (RNP) BL 3-1 og BL 3-2A Bestemmelser for Civil Luftfart (SLV) Møguleikar sum eru kannaðir Vága Floghavn Í 2004 vórðu ymiskir møguleikar 1 fyri útbygging av Vága Floghavn kannaðir. Fyritøkan NAR Consulting AS í Norra vísti á, hvussu verandi vøllur kundi leingjast til m, m og m, og vísti eisini á, hvørjar møguleikar og avleiðingar tey ymisku uppskotini hava við sær, sæð í mun til kostnað, brúk av størri flogførum og møguleikan at flúgva longur v.m. Í 2005 varð, í sambandi við fyrireikingarnar av eini møguligari yvirtøku og dagføring av Vága Floghavn, ein arbeiðsbólkur 2 settur, sum fekk til uppgávu at lýsa verandi og framtíðar tørv fyri útbygging av Vága Floghavn, at gera eitt tilmæli til eina loysn og at lýsa fíggjarligar avleiðingar av hesum. Staðfrøðiligar kanningar í Vágum, Streymoy, Eysturoy og Sandoy Í tí fyrsta stiginum, sum byrjaði í 2004, varð ein kanning gjørd, sum skuldi lýsa, um tað staðfrøðiliga ber til at gera ein nýggjan flogvøll nærhendis verandi ella framtíðar infrakervi. setti sum treyt, at ferðatíðin frá einum nýggjum flogvølli til miðstaðarøkini má ikki verða longri, enn hon er í dag, og at tað skal vera landfast. Hetta merkir, at kanningarnar vórðu avmarkaðar til tey plássini, har tað er landfast við miðstaðarøkið, umframt Sandoy. Sandoy varð tikin við, tí politiskar ætlanir vóru um at gera ein tunnil millum Streymoy og Sandoy. 1 Vagar Lufthavn. Fremtidige Udvidelser - En mulighedsstudie. NAR Consulting AS, 7. des Rapport om Opdatering og udbygning af Vagar Lufthavn. April 2006.
3 setti somuleiðis sum treyt, at ein nýggjur vøllur skal lúka galdandi myndugleikakrøv til lendi og til inn- og útflúgving. Norska fyritøkan Asplan Viak AS gjørdi nakrar innleiðandi kanningar fyri í 2004 og 2005, har teir kannaðu ymiskar møguleikar, m.a. Glyvursnes, Skorhæddina og í Søltuvík. Í frágreiðingini Ny Flyplass På Færøerne En mulighedsstudie frá 2006 varð víst á, at tað ber til byggja nýggjan flogvøll á Glyvursnesi og í Søltuvík, sum lúka øll galdandi staðfrøðilig myndugleikakrøv, og at tað á hesum plássunum helst ber til at fáa nøktandi inn- og útflúgvingarviðurskifti. Asplan Viak metti hinvegin, at Skorhæddin ikki er eitt hóskandi pláss til ein flogvøll, tí tað helst ikki ber til at fáa nøktandi inn- og útflúgvingarviðurskifti. hevur síðani sett donsku fyritøkuna Rambøll at meta um omanfyri nevndu frágreiðing hjá Asplan Viak. Rambøll hevur í frágreiðingini Kvalitetssikring af Mulighedsstudie vedr. lokalisering af ny lufthavn på Færøerne frá 2006 víst á, at teir eru samdir við Asplan Viak í niðurstøðunum. hevur síðani gjørt nøgdarútrokningar og fyribils kostnaðarmetingar: Stað Longd av vølli Mettur kostnaður Glyvursnes m 980 mió.kr Glyvursnes m mió.kr Søltuvík m 770 mió.kr. Søltuvík m 960 mió.kr. Fleiri kanningar gjørdar hevur síðani, saman við serfrøðingum, kannað fleiri uppskot, sum hava verið frammi í fjølmiðlunum. Uppskotini, sum hava verið frammi í miðlunum, eru krossvøllur á Borðuni í Nólsoy 3, flogvøllur í Svínoy, og seinast eitt uppskot um flogvøll í Klovanum í Vágum 4. Kanningarnar vístu, at uppskotini eru ikki realistiskir møguleikar, tí lendið uttanum vøllirnar á hesum støðum og í inn- og útflúgvingarøkjunum er ov høgt. Veðurfrøðiligar kanningar Niðurstøðan av teimum staðfrøðiligu kanningunum varð, at tað ber til byggja nýggjan flogvøll á Glyvursnesi og í Søltuvík, sum báðir lúka galdandi myndugleikakrøv til lendið, og at tað á hesum plássunum eisini ber til at fáa nøktandi inn- og útflúgvingarviðurskifti. hevur tí valt at gera nærri kanningar av veðurfrøðiligu viðurskiftunum á Glyvursnesi og í Søltuvík. Veðurmátingar Í september 2006 varð ein veðurstøð sett upp í Søltuvík, og í oktober 2006 yvirtók veðurstøðina hjá Tórshavnar kommunu á Glyvursnesi. Veðurstøðirnar, sum máta vindferð, turbulens, ætt, sýni, hita, fukt og lufttrýst, hava mátað síðani november 2006 og til í dag. 3 Upprit - Nýggjur flogvøllur í Nólsoy. J. nr EK 4 Upprit - Flogvøllur á Klovanum. J. nr EK
4 Ætlanin er at halda fram við veðurmátingunum í nøkur ár aftrat fyri at fáa langtíðar hagtøl fyri veðurviðurskiftini á hesum plássunum. Veðurstøð í Søltuvík Veðurstøð á Glyvursnesi Kanning og útgreining Í 2009 varð avtala gjørd við serfrøðingar í Noreg, sum vórðu bidnir um at viðgera veðurmátingarnar hjá i, útgreina hagtøl, meta um væntaða reglusemið fyri flogvøllir
5 á Glyvursnesi og í Søltuvík, og at samanbera hetta við viðurskiftini hjá Vága Floghavn, tá vøllurin er útbygdur til m við nýggjum og betri innflúgvingartólum. Frágreiðingin, sum fyritøkan varð biðin um at gera, skuldi grundast á: Glyvursnes og Søltuvík; at ein flogvøllur á Glyvursnesi ella í Søltuvík skal lúka treytirnar fyri ein CAT I flogvøll. Hetta merkir, at flogvøllurin skal útgerast við innflúgvingartólum, sum ger tað møguligt við einum minima 5 heilt niður í 200 FT um so er at aðrar forðingar gera at h etta ikki ber til. at flogfør skulu kunna síggja vøllin í minsta lagi metrar áðrenn lending. Tvs. at horisontala sýnið skal verða m. at síðuvindurin ikki má verða meira enn 25 knob at nýggi vøllurin skal brúkast av flogførum í stødd við Airbus 319/320 ella Boeing ella størri flogfør. Vága Floghavn Tá flogvøllurin í Vágum er útbygdur til m og nýggj innflúgvingartól eru sett upp til bana 31, innflúgving yvir Sørvágsvatn, kann, sambært útrokningum hjá Statens Luftfartsvæsen, roknast við: at minima til bana 31 verður xxx FT at minima til bana 13 verður xxx FT at flogfør kunnu síggja vøllin í minsta lagi metrar áðrenn lending. at síðuvindurin ikki má verða meira enn 25 knob at nýggi vøllurin kann brúkast av flogførum í stødd við Airbus 319/320 ella Boeing ella størri flogfør. Viðmerkjast skal, at tá ið vøllurin er útbygdur, verður bani 31 at rokna sum ein CAT I, men at bani 13 framvegis ikki kemur at lúka treytirnar fyri præsicion approach innflúgving, t.e CAT I, II ella III. Viðmerkast skal, at lendið fyri bana 31 ger, at minima ikki kann verða 200 FT, men í hesum førum 630 FT. Veðurfrøðilig niðurstøða Í mars 2010 varð veðurfrøðiliga kanningin liðug, og frágreiðing og niðurstøður eru gjørdar. Í frágreiðingini Færøyene - Analyse av meteorologiske forhold på mulig ny flyplass er niðurstøðan tann, at tað ber til at betra um reglusemið í flogferðsluni, um ein nýggjur vøllur verður gjørdur á Glyvursnesi ella í Søltuvík. Viðmerkjast skal, at ymiskt er hvussu reglusemi fyri Vága Floghavn verður útroknað í mun til hvussu hetta vanliga verður gjørt í fakliga umhvørvinum. Til dømis er ymiskt nær talan er um avlýsing og nær talan er um seinking.í hesi frágreiðing er hátturin sum vanliga verður nýttur í fakliga umhvørvinum, nýttur fyri allar møguleikarnar. Søltuvík Um ein nýggjur vøllur verður gjørdur í Søltuvík, og tað verður lagt til grund, at vøllurin skal lúka omanfyri nevndu krøv, so kann roknast við, at reglusemið í flogferðsluni kann betrast við 5 Minima er tann minst loyvda hæddin omanfyri vøllin, sum flogfarið skal vera í, tá avgerð verður tikin um at lenda.
6 umleið 9,4% samanborið við Vága Floghavn, tá verandi vøllur er útbygdur. Her er í báðum førum roknað við, at flogfør í stødd við Airbus 319 kunnu ikki lenda, um síðuvindurin liggur omanfyri 25 knob. Í omanfyri nevnda reglusemi er ikki tikið hædd fyri turbulensviðurskiftum á staðnum. Hetta merkir, at um tað vísir seg, at roknast skal við trupulleikum orsakað av turbulensi, so kann hetta merkja, at reglusemið verður verri, enn roknað er við. Grundað á vindmátingarnar, sum eru gjørdar í tíðarskeiðinum, er staðfest, at trupul vindviðurskifti eru á staðnum, og at nógvur turbulensur er á útsynningi. Niðurstøðan 6 í frágreiðingini er tí tann, at roknast má við turbulenstrupulleikum í Søltuvík við lending og fráferð, serliga tá ættin er útsynningur. Hetta kann ávirka reglusemið og trygdina skeiva vegin. Meterologiskar metingar siga, at somu trupulleikar helst gera seg galdandi fyri ættinar vestan og útnyrðing. Hetta er tó eisini galdandi fyri Vága Floghavn sum eisini hevur trupulleikar av turbulensi serliga tá ið ættirnar útsynningur og sunnan. Hetta hevur ávirkan á reglusemið í Vága Floghavn sum hevur avlýsingar og seinkingar við sær. Heldur ikki turbulensviðurskiftini her eru tikin við í samanberingarnar av regluseminum. Glyvursnes Um ein nýggjur vøllur verður gjørdur á Glyvursnesi, kann roknast við, at reglusemið í flogferðsluni kann betrast við umleið 4% samanborið við Vága Floghavn, tá verandi vøllur er útbygdur. Omanfyri nevnda frágreiðing og veðurmátingarnar hjá i geva ikki nakra ábending um, at roknast skal við trupulleikum av turbulensi nærhendis vøllinum. Niðurstøða Veðurfrøðiligu kanningarnar, sum eru gjørdar vísa, at tað helst ber til at betra um reglusemið í flogferðsluni, um ein flogvøllur verður gjørdur á Glyvursnesi ella í Søltuvík. Roknast kann við, at reglusemið kann betrast við umleið 9,4% um ein nýggjur vøllur verður gjørdur í Søltuvík, tá samanborið verður við Vága Floghavn. Í hesa samanberingina eru turbulensviðurskifti ikki tikin við. Tann staðfesti turbulensurin í Søltuvík á útsynningi fer helst at ávirka reglusemið og trygdina skeiva vegin, og má hetta tí kannast nærri. Roknast kann við, at reglusemið kann betrast við umleið 4%, um ein nýggjur vøllur verður gjørdur á Glyvursnesi, tá samanborið verður við Vága Floghavn. Mátingarnar geva onga ábending um turbulenstrupulleikar nærhendis vøllinum. Verða turbulenviðurskiftini í Vágum tikin við, verður reglusemið á Glyvursnesi helst uppaftur betri enn frammanfyri nevnt, tá samanborið verður við Vága Floghavn. Veðurmátingarnar í Søltuvík og á Glyvursnesi eru gjørdar við einari veðurstøð í hvørjum staðnum. Tað ber tí ikki til at gera endaligar niðurstøður um turbulensviðurskiftini fyri allar 6 s í Færøyene - Analyse av meteorologiske forhold på mulig ny flyplass
7 ættir og øll støð á hesum báðum flogvøllunum. Ein fullfíggjað mynd av turbulensviðurskiftunum kann fáast til vega við at gera vindsimuleringar. Ætlanin er, at numeriskar vindsimuleringar verða gjørdar í 2010 fyri bæði Søltuvík og Glyvursnes, møguliga eisini fyri Vága Floghavn. Eisini er ætlanin at halda á fram við at gera vindmátingar í eitt tíðarskeið afturat til tess at fáa so góð haggtøl sum gjørligt. Harumframt er ætlanin í 2010 at arbeiða víðari við at gera kostnaðarmetingar og eitt prosjektuppskot til ein nýggjan flogvøll á Glyvursnesi. Tað serliga við Glyvursnesi í mun til hinar møgugleikarnar er, at her ber til at lengja flogvøllin helt upp í m ella meira og er hendan loysnin meira framtíðartryggja. Harumframt er einki sum bendur á at trupuleikar eru við turbulensi, sum er ein av trupulleikunum í Vágum og í Søltuvík. Alt bendur á, at tað eisini ber til at gera ein CAT II vøll á Glyvursnesi. Hetta merkir at til ber at fáa eitt minima heilt niður í 100 FT, og tað vil siga eitt enn betri reglusemi. Tá ið ein búskaparlig kanning er gjørd, kann ein endalig niðurstøða gerast. Hetta kann væntandi gerast í Ewald Kjølbro/Oyvindur Brimnes
forbindelse med både ansættelse, ændring i ansættelsesforhold og ved afslutning af ansættelsen.
Retningslinie Uppgávu- og ábyrgdarbýtið ímillum og eindir/leiðarar á LS, tá ið byrjar í starvi, broytir starv innanhýsis ella fer úr starvi / Opgave og ansvarsfordeling mellem medarbejdere og afdelinger
Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding av elinnleggjarum
Johan Dahl, landsstýrismaður Vinnumálaráðið Tinganes FO-100 Tórshavn Landsstýrismálanevndin 01.06.2011 j. nr. 7.13-20110005 14 bl/td (at tilskila í svari) Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding
Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar
Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar OLE WICH 2013 Javnaðarflokkurin á Fólkatingi Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir
Sagsøgeren har påstået sagsøgte dømt til at betale 42.400 kr. med procesrente fra den 26. juni 2003, subsidiært procesrente fra den 22. april 2008.
DOM Afsagt af retten på Færøeme den 22. december 2009 IBS-sagnr. 619/2008 Skatteyderi mod TAKS Samandráttur: Málið snýr seg partvís um saksøkjarin, skattagjaldari, skal rinda mvg av skrásetingaravgjaldinum
Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging
Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging Galdandi frá 1. januar 2016 1. Tryggingaravtalan Stk. 1. Tryggingaravtalan fevnir um bólkalívsavtaluna og niðanfyristandandi tryggingartreytir. Stk. 2. Frávik til
Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland
Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland I medfør af 41, stk. 6, 53, stk. 8, og 95 i lov om arbejdsløshedsforsikring m.v., jf. lovbekendtgørelse
Konference om affald på havet
Konference om affald på havet Miljøtilsyn lavet af Skipaeftirlitið Skipaeftirlitið (maritime( myndigheder) Tilsyn som er krævet efter bekendtgørelse nr. 122 fra den 25. november 2005 / 11 stk. 3 og aftale
VIRKISÆTLAN. Frágreiðing og tilmæli um framtíðar elorkuskipanina í Føroyum
VIRKISÆTLAN Frágreiðing og tilmæli um framtíðar elorkuskipanina í Føroyum Vinnumálaráðið januar 2015 Arbeiðssetningur og arbeiðsbólkur Vinnumálaráðið setti í 2012 ein arbeiðsbólk at gera virkisætlan og
Bakstøði Ynski var: - At lýsa teir møguleikar og tær treytir eldri fólk í Føroyum hava fyri einum góðum lívi í eldri árum - At lýsa hvørji átøk kunnu
URININKONTINENS HJÁ KVINNUM MILLUM 60 OG 65 ÁR Í FØROYUM Títtleiki og ávirkan á gerandislivið Ása Róin, Sjúkrarøktarfrøðingur og Master í professiónsmenning Hildur við Høgadalsá, Sjúkrarøktarfrøðingur
Veiðihagtøl fyri lunda Bergur Olsen og Jens-Kjeld Jensen
Veiðihagtøl fyri lunda Bergur Olsen og Jens-Kjeld Jensen 24.1.211 Her verður ein samandráttur skrivaður um tey fyrstu úrslitini. Seinni verður ein nágreinilig frágreiðing skrivað sum eitt smárit til Havstovuna,
Heilsu- og innlendismálaráðið
Heilsu- og innlendismálaráðið Løgtingið Dagfesting: 5. januar 2018 Mál nr.: 17/00573-14 Málsviðgjørt: MHR Løgtingsmál nr. xx/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í Anordning om ikrafttræden for Færøerne
DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál. Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess
DANSK 1-2-3 Danskt sum 1., 2. og 3. mál Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess Hvat halda næmingar um danskt og undirvísing í donskum / Hvad synes eleverne om dansk og danskundervisningen? Spørgeskemaundersøgelse
Liðugfráboðan til eftirlits av Brunaávaringarskipan
Síða 1 av 5 Til Brunaumsjón landsins, Tinghúsvegi 5, 100 Tórshavn Liðugfráboðan til eftirlits av Brunaávaringarskipan Anleggseigari Navn: Bústaður: Att.: Anlaggsadressa Navn: Bústaður: Kontaktpersónur:
Givið út 30. mai 2017
Givið út 30. mai 2017 Nr. 78 29. mai 2017 Løgtingslóg um broyting í ymiskum lógum á málsøkinum persóns-, húsfólka- og arvarætti (Myndugleikaflyting vegna yvirtøku av málsøkinum) Samsvarandi samtykt Løgtingsins
Innihald INNGANGUR UM KANNINGINA UM BMI-KANNINGAR AV BØRNUM KANNING AV BMI HJÁ BØRNUM Í 1. FLOKKI...11
2 Innihald INNGANGUR... 4 HAGTØLINI ERU TØK... 4 1. UM KANNINGINA... 5 2. UM BMI-KANNINGAR AV BØRNUM... 6 2.1. UM BMI... 6 2.2. BMI Í HESARI FRÁGREIÐINGINI... 8 3. KANNING AV BMI HJÁ BØRNUM Í 1. FLOKKI...11
Heilsulýsing Landslæknans 2011-2012
ISSN 0903-7772 Heilsulýsing Landslæknans 2011-2012 Greitt úr hondum hevur Høgni Debes Joensen, landslækni Medical Report 2011-2012 from the Chief Medical Officer in the Faroes 1 2 Heilsulýsing Landslæknans
Grannskoðaraeftirlitið. Grannskoðaraeftirlitið. Ársfrágreiðing. Almannakunngjørd 23. juni 2017
Grannskoðaraeftirlitið Ársfrágreiðing 2016 Almannakunngjørd 23. juni 2017 Skrivstovuhald: Skráseting Føroya Sigmundargøta 13 Boks 264 110 Tórshavn Tlf.: +298356010 E-mail: [email protected] Innihaldsyvirlit
Frágreiðing frá arbeiðsbólki, ið skal lýsa hvørji átøk kunnu gerast til tess at fyribyrgja at borgarar enda uttanfyri arbeiðsmarknaðin
27. april 2015 Mál: 13/00525-28 Viðgjørt: Jeanette E. Blaasvær Frágreiðing frá arbeiðsbólki, ið skal lýsa hvørji átøk kunnu gerast til tess at fyribyrgja at borgarar enda uttanfyri arbeiðsmarknaðin Í juni
Klagan til TV2. Hvat kann gerast. Upplivdi illveðrið í 1932, ið beindi fyri formanni í FF. Livravirkið á Eiði. Frásøgn hjá Andrew Godtfred:
Nr. 323 Hósdagur 5. august 2004 12,- Síða 13 Livravirkið á Eiði Nýggj roynd at gagnnýta livrina og aðrar úrdráttir. Vit hava verið á Eiði og hitt virkisleiðaran Onnu Katrin Matras. Síða 9 Frásøgn hjá Andrew
Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin. Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014
Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014 Integration og eksklusión versus inklusión Integratión merkir at vera so normalur, sum gjørligt,
Kanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum
Kanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum LØGTINGIÐ 19 nevndin Kanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum 19 nevndin: Joen Magnus Rasmussen, formaður Kristina Háfoss, næstforkvinna Helgi Abrahamsen
Løgtingið Tórshavn, tann 9.juni 2015 J.nr.: 12/ Løgtingsmál nr. / 2015: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar søloven
Løgtingið Tórshavn, tann 9.juni 2015 J.nr.: 12/00004 Løgtingsmál nr. / 2015: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar søloven Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri
Viðvíkjandi: P/f Tryggingarfelag Føroyar yvitekur virkisøkið frá P/f Trygd
Advokatskrivstovan Tórshavn, tann 19. desember 2008 Frúutrøð 4 Postboks 6 J.nr.: K600-2008063 FO-110 Tórshavn Viðgjørt: S.R Att: Christian F. Andreasen Tygara ref: Viðvíkjandi: P/f Tryggingarfelag Føroyar
Løgtingsmál nr. xx/2008: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tænastumenn landsins. Uppskot. til
Tórshavn, tann 19.februar 2008 J.Nr.: 8201-73-0003/2007 (at tilskila í svari) Viðgjørt: sn Løgtingið Løgtingsmál nr. xx/2008: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tænastumenn landsins.
Magni Laksáfoss. Magni Laksáfoss, Fróðskaparsetur Føroya
Føroyski búskapurin - eitt sindur øðrvísi - Magni Laksáfoss Magni Laksáfoss Búskaparfrøðingur Arbeiði við phd-verkætlan: Kanning av føroyska búskapinum Stuðlað av: BP Amoco Exploration (Faroes) Ltd. The
HEILSUMÁLARÁÐIÐ. Til: hoyringspartar
HEILSUMÁLARÁÐIÐ Til: hoyringspartar Tórshavn, 01.06.2011.2011 Mál: 09/00691-6262 Tygara skriv: Viðgjørt: JS Viðvíkjandi uppskoti til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lov om klage- og erstatningsadgang
Málsgongd Við skrivi, dagfest 12. desember 2008, sendi Mentamálaráðið soljóðandi uppsøgn til klagaran:
Tórshavn, tann 23. apríl 2013 J.Nr.:28/ 201200015 / 13 (at tilskila í svari) Tykkara J.nr. Álit viðvíkjandi klagu um skikkaða eftirløn hjá tænastumanni Við skrivi, dagfest 6. februar 2012, hevur A sent
- Webundersøgelse, Fólkaskúlaráðið, oktober 2013. Fólkaskúlaráðið. Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på
Fólkaskúlaráðið Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på og erfaringer med ressourcentre på skolerne 2013 Udarbejdet af Scharling Research for bestyrelsen i Fólkaskúlaráðið, oktober 2013 Scharling.dk
Strongdkanning av limum hjá Starvsmannafelagnum. Gjørd av Fegin Ábyrgdari: Niclas Heri Jákupsson
Strongdkanning av limum hjá Starvsmannafelagnum Gjørd av Fegin Ábyrgdari: Niclas Heri Jákupsson Svarað: 711 Kyn Aldur Hjúnarbandsstøða Hvussu leingi hevur tú starvast á núverandi arbeiðsplássi? 45% 42%
Aftaná eitt misálit Tað hjálpir einki bert at seta nýggjan landsstýrismann. Tað, sum ræður um, er ein fullkomilig umskipan av fiskimálaráðnum.
Nr. 285 Hósdagur 23. januar 2003 10,- Grønlandstíðindi frá Kára við Stein Síða 23 Síða 21 Aftaná eitt misálit Tað hjálpir einki bert at seta nýggjan landsstýrismann. Tað, sum ræður um, er ein fullkomilig
Vegleiðing at dagføra GPS-kort. Tillukku við tínum keypi av GPS-korti. Kortið fevnir um Føroyar.
Vegleiðing at dagføra GPS-kort Sp/f Munin Dalavegur 47 FO-100 Tórshavn Føroyar www.munin.fo E-mail : [email protected] Tlf. +298 35 36 00 Fax +298 35 36 01 Tórshavn tann 25-11-2013 Tillukku við tínum keypi
Tine Færch Jørgensen. Til Trafik- og Byggestyrelsen
Tine Færch Jørgensen Fra: Per Henriksen Sendt: 16. november 2015 13:22 Til: ts Info Cc: Tine Færch Jørgensen Emne: Bemærkninger til udkast til gebyrbekendtgørelser for den civile luftfart
Felagslívstrygging. fyri limir í Føroya Fiskimannafelag. Havnar Arbeiðsmannafelag Føroya Arbeiðarafelag. Felagslívstrygging
Felagslívstrygging fyri limir í Føroya Fiskimannafelag 2016 Havnar Arbeiðsmannafelag Føroya Arbeiðarafelag Felagslívstrygging 2013 1 Føroya Fiskimannafelag Føroya Fiskimannafelagið (nevnt felagið) hevur
Under arbejdet med kunngerðini er jeg blevet opmærksom på 3 områder i loven, jeg mener vi lige må tænke over en ekstra gang.
Fra: Gunnvør Eriksen [mailto:[email protected]] Sendt: 9. februar 2006 14.23 Til: Løgtingið Emne: Skjal 5 HEILSUSKÚLIN - Ummæli av lógaruppskoti Vinarliga / Best Regards Gunnvør Eriksen Mentamálaráðið ':
Mikudagin TANN 15. apríl verður ráðstevna á Hotel Føroyum um multiresistentar bakteriur og antibiotikaresistens
Mikudagin TANN 15. apríl verður ráðstevna á Hotel Føroyum um multiresistentar bakteriur og antibiotikaresistens Átøkini, ið verða framd til tess at fyribyrgja spjaðing av MRSA (Methicillin resistente Staphylococcus
DOM. Under denne sag, der er anlagt den 16. august 2010, har sagsøgerne, A, B, C, D, E, F, H, I, J og K, nedlagt påstand om:
DOM Afsagt den 14. juni 2011 i sag nr. BS 1270/2010: A, B, C, D, E, F, G, H, I, J og K mod TAKS Under denne sag, der er anlagt den 16. august 2010, har sagsøgerne, A, B, C, D, E, F, H, I, J og K, nedlagt
Fólkaheilsukanning Hvussu hevur tú tað 2015
Fólkaheilsukanning 2015 - Hvussu hevur tú tað 2015 Fólkaheilsuráðið juni 2016 Sálarheilsa Sálarheilsa Perceived Stress Scale Í hesi kanningini verður PSS (Perceived Stress Scale) nýtt fyri at meta um sálarheilsuna
Gamlar myndir úr Norðuroyggjum
Nr. 289 Hósdagur 20. mars 2003 10,- Síða 20 Símun Johan Wolles 70 ár Løgtingsmál viðvíkjandi fiskivinnu og -monnum Vit greiða frá teimum framløgdu tingmálunum, sum viðvíkja fiskimonnum. Síða 6-9 FF hevur
INNANHÝSIS. Uppskot til. Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af ændringslove til lov om luftfart
UTTANRÍKIS - OG V INNUMÁLARÁÐIÐ INNANHÝSIS Løgtingið Tórshavn, tann 1. februar 2017 Vmr. J.Nr.: 16/00801-4 Viðgjørt: EFR Løgtingsmál nr. xx /2016: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri
Sigurd fekk medalju fyri sigling í krígstíð í Íslandi
Síða 4 Ættarliðsskifti í Realinum Nr. 344 Hósdagur 9. juni 2005 12,- Mynd: Kristian M. Petersen Síða 9 Sigurd fekk medalju fyri sigling í krígstíð í Íslandi Sigurd Joensen sum umboðar FF við Johannu, fekk
Bygnaðarbroytingar, tænastumenn og grundgevingar
Bjarni Mortensen Bygnaðarbroytingar, tænastumenn og grundgevingar Bjarni Mortensen 1 Úrtak. Greinin er skrivað sum partur av próvtøkuni á skeiði í føroyskum kollektivum arbeiðsrætti. Greinin viðger støðuna
Frágreiðing um framtíðartørvin á búplássum til eldri í Tórshavnar kommunu
Frágreiðing um framtíðartørvin á búplássum til eldri í Tórshavnar kommunu Trivnaðarfyrisitingin Heilsu- og umsorganartænastan August 2016 Innihaldsyvirlit Fororð... 4 1. Inngangur og endamál... 5 2. Stovnspláss
Leiðarans leiklutur og samskifti í broytingum
Leiðarans leiklutur og samskifti í broytingum Jóhannes Miðskarð og Marin G. Petersen Samandráttur Í hesi grein greiða vit frá týdninginum, ið leiðarans leiklutur og samskifti hava undir broytingum. Vit
Havnar Arbeiðsmannafelag Føroya Arbeiðarafelag Felagslívstrygging. Havnar Arbeiðsmannafelag Føroya Arbeiðarafelag Felagslívstrygging
Havnar Arbeiðsmannafelag Føroya Arbeiðarafelag Felagslívstrygging 2017 Havnar Arbeiðsmannafelag Føroya Arbeiðarafelag Felagslívstrygging 2013 Havnar Arbeiðsmannafelag Føroya Arbeiðarafelag Havnar Arbeiðsmannafelag
ALMANNA- OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ
Almanna- og heilsumálaráðiðalmanna- og heilsumálaráðiðalmanna- og heilsumálaráðið ALMANNA- OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ Løgtingið Tórshavn, tann 25. februar 2005 J.Nr.: 0.21-200400540/35 (at tilskila í svari) Viðgjørt:
Fulnaður fyri ávísar bráðsjúkur til børn sum ískoyti til bólkalívsavtalur og tryggingartreytir hjá NordikLív
Fulnaður fyri ávísar bráðsjúkur til børn sum ískoyti til bólkalívsavtalur og tryggingartreytir hjá NordikLív Galdandi frá 1. oktober 2015 1. Tryggingin fevnir um tær sjúkur/sjúkuavgerðir, ið eru nevndar
Løgtingsmál nr. 28/2005: Uppskot til samtyktar um norðurlendskan sáttmála um fólkayvirlit. Uppskot. til. samtyktar
Løgtingið UTTANRÍKISDEILDIN 31. oktober 2005 Mál: 620-001/05 Løgtingsmál nr. 28/2005: Uppskot til samtyktar um norðurlendskan sáttmála um fólkayvirlit Uppskot til samtyktar Løgtingið góðkennir, at landsstýrið
DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál
DANSK 1-2-3 Danskt sum 1., 2. og 3. mál Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess Hvat halda føroyskir lærarar um danskt og undirvísing í donskum / Hvad synes færøske lærere om dansk og danskundervisningen?
Marius smíðar bát í Íslandi. ALS 10 ár. Stór frásøgn frá hátíðarhaldinum. Bjarni Djurholm má steðgast og fiskimonnum má vera tryggjað rættindi.
Síða 13 Nr. 282 Hósdagur 5. desember 2002 10,- Marius smíðar bát í Íslandi Sigurd Simonsen, seinasti partur. Síða 25 Fiskivunnuráðið: Noktað er fiskimanni sjúkraviðbót hóast lógarheimild Rættarstøðan hjá
Álit um stýrisskipanarviðurskifti Føroya
Álit um stýrisskipanarviðurskifti Føroya Álit um stýrisskipanarviðurskifti Føroya Álit frá nevndini, landsstýrið setti 1. apríl 1993, at kanna stýrisskipanarviðurskifti Føroya. Sjúrður Rasmussen, adv.
OVERENSKOMST FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ FARMAKONOMFORENINGEN MELLEM
2010 OVERENSKOMST MELLEM FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ og FARMAKONOMFORENINGEN 1 Ansættelse... 3 2 Løn... 3 Farmakonomer og defektricer... 3 Mellemledere... 3 Ledende farmakonom/souschef... 3 Systemansvarlige og undervisere...
Kommunusamanlegging - hvat siga suðringar?
ISBN 99918-971-5-1 Kommunusamanlegging - hvat siga suðringar? Dennis Holm og Bjarni Mortensen ARBEIÐSRIT NR. 7/2004! "!# $ # $ # % & Innihaldsyvirlit Kommunusamanlegging hvat siga suðringar?... 3 Frá 8
LEIÐREGLUR FYRI EMBÆTISFÓLK Í LANDSFYRISITINGINI
LEIÐREGLUR FYRI EMBÆTISFÓLK Í LANDSFYRISITINGINI Leiðreglur fyri embætisfólk í landsfyrisitingini Høvundur: Jóanna Djurhuus Verkætlanarleiðsla: Birita Nolsø Grafisk uppsetan: KREA Prent: Føroyaprent Løgmansskrivstovan
SÁTTMÁLI MILLUM FARMAKONOMFORENINGEN OG FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ
SÁTTMÁLI MILLUM FARMAKONOMFORENINGEN OG FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ 1 Ansættelse Stk. 1. Denne overenskomst omfatter farmakonomer og defektricer ansat i det færøske apotekervæsen. Stk. 2. Apoteket er forpligtet til
Grannskoðaraeftirlitið. fghjklæøzxcvbnmqwertyuiopåasdfghj. Ársfrágreiðing og 2010
qwertyuiopåasdfghjklæøzxcvbnmqw ertyuiopåasdfghjklæøzxcvbnmqwert yuiopåasdfghjklæøzxcvbnmqwertyui opåasdfghjklæøzxcvbnmqwertyuiopå asdfghjklæøzxcvbnmqwertyuiopåasd Grannskoðaraeftirlitið fghjklæøzxcvbnmqwertyuiopåasdfghj
Sáttmáli millum Føroya Tekniska Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið um arbeiðstíð og yvirtíð
Sáttmáli millum Føroya Tekniska Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið um arbeiðstíð og yvirtíð 1. Arbeiðstíð Hjá lærara í fulltíðarstarvi er arbeiðstíðin 2080 arbeiðstímar um árið íroknað feriu og aðrar frídagar,
Søgan um "Vesturhavið Blíða"
Síða 28 Nr. 284 Hósdagur 9. januar 2003 10,- Føroysk kirkjufólk á Filippinunum Grønlandstíðindi frá Kára við Stein Síða 23 Gamlar Havnarmyndir Carolina Heinesen greiðir m.a. frá, tá gamli Rubek, f. 1816,
Almannastovan. Almannastovan. Skjal 11. Dagur J. nr I. Almanna- & Heilsumálastýrið Fyrisitingardeildin Eirargarður Tórshavn
Skjal 11 Dagur 28-11-99 J. nr. 95.50.I Almanna- & Heilsumálastýrið Fyrisitingardeildin Eirargarður 2 100 Tórshavn Hjálagda tilfar verður við hesum sent til stýrið sum Almannastovunar viðmerkingar til ætlanirnar
http://www.vagaportal.fo/pages/posts/oli-jacobsen-skrivar-v...
Page 1 of 9 Mikudagur 26 August 2009 Set til startsíðu Lýsingar Um Vágaportalin Forsíða Vágatíðindi Onnur tíðindi Mentan Bøkur Tónleikur Framsýningar Ólavur í Beiti tann 06/06/2009 kl. 18:34 Tiltøk Krutl
Álit Viðvíkjandi klagu um vantandi fráboðan, grundgeving og kæruvegleiðing í avgerðum hjá TAKS
Tórshavn, tann 15. juli 2010 J.Nr.: 200900065 / 23 Álit Viðvíkjandi klagu um vantandi fráboðan, grundgeving og kæruvegleiðing í avgerðum hjá TAKS Við skrivi, móttikið tann 1. august 2009, hevur A sent
