Ein livandi Kristus til ein doyggjandi heim



Relaterede dokumenter
Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál. Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Kvinnan við Sikarsbrunn Partur II Joh. 4, 1-43

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Jesus biður fyri okkum Joh. 17, 20-26

Enok maðurin, sum gekk við Gudi

Kirkjuligt Missiónsblað

Ríki maður og Lázarus Luk. 16,

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Hvussu kunnu vit liva sum trúgvandi í dag?

Nr. 1 Februar árið

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Sigurd fekk medalju fyri sigling í krígstíð í Íslandi

Kvinnurnar við grøvina

Kirkjuligt Missiónsblað

Men størstur av teimum er kærleikin

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Søgan um "Vesturhavið Blíða"

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Brúdleypið hjá kongssoninum. Matt. 22, 1-14.

- Webundersøgelse, Fólkaskúlaráðið, oktober Fólkaskúlaráðið. Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på

Út á Fagranes, har 7 fiskimenn mistu lívið í 1927

Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin. Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014

TÁ IÐ TIT... Kirkjuligt Missiónsblað. Nr juni árið

Minni um teir, sum sigldu og teir, sum doyðu undir krígnum Ferðin hjá "Johannu" eitt rimmar tiltak.

Nr mai árg. Lívsins orð

Aftaná eitt misálit Tað hjálpir einki bert at seta nýggjan landsstýrismann. Tað, sum ræður um, er ein fullkomilig umskipan av fiskimálaráðnum.

HEVUR JESUS NAKRAN TÝDNING

Marius smíðar bát í Íslandi. ALS 10 ár. Stór frásøgn frá hátíðarhaldinum. Bjarni Djurholm má steðgast og fiskimonnum má vera tryggjað rættindi.

Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar

Sagsøgeren har påstået sagsøgte dømt til at betale kr. med procesrente fra den 26. juni 2003, subsidiært procesrente fra den 22. april 2008.


Fólkaheilsukanning Hvussu hevur tú tað 2015

Svenskur elitusvimjivenjari

Lívsins salt. Vit hava verið í Ibiza og hugt eftir saltframleiðslu. Neptun og Nólsoy

Frágreiðing frá Skipaeftirlitinum um arbeiðsvanlukku umborð á Túgvusteini hin

Kirkjuligt Missiónsblað

Børn og doyving Kunning til foreldur

Hvat hendi við russarunum?

Kirkjuligt Missiónsblað

Nám. Í læraravegleiðingini er eisini eyka tilfar, sum nýtast kann, um tíð er til tess og uppgávur eru á

forbindelse med både ansættelse, ændring i ansættelsesforhold og ved afslutning af ansættelsen.

Skiparin sum virkaði sum tannlækni

9.1 Windows Vista Windows Windows XP Privatkundar sum fáa trupulleika við sperring av Netbanka... 12

Til minnis um Elsa Jacobsen, kristniboðara

EFTIR TÍNUM ORÐI! Kirkjuligt Missiónsblað. Nr februar árið. Jákup Olsen skrivar. Fiskiveiða Pæturs, Luk

Givið út 30. mai 2017

Mest støðuga fiskavirkið er í Vági

Klagan til TV2. Hvat kann gerast. Upplivdi illveðrið í 1932, ið beindi fyri formanni í FF. Livravirkið á Eiði. Frásøgn hjá Andrew Godtfred:

Nýggj stjórnarskipan má fyrst og fremst verja borgaran

Føddur undir Hitler, vaksin upp undir Stalin

"Okkara maður" í Sandoynni fyllir runt. Sigmund verður 75. Vit dokumentera, at sjónvarpstíðindini vóru fupp. Úr Syðrugøtu til Aberdeen

Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging

Skipari kláraði tað, sum læknar ikki kundu! Læknarnar vildi taka beinið av Palla, men hann noktaði.

Vegleiðing at dagføra GPS-kort. Tillukku við tínum keypi av GPS-korti. Kortið fevnir um Føroyar.

Strongdkanning av limum hjá Starvsmannafelagnum. Gjørd av Fegin Ábyrgdari: Niclas Heri Jákupsson

Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding av elinnleggjarum

Smiðjan á Skipanesi Brot úr okkara smiðjusøgu. Okkara maður í Nambia. Er prískappingin í vanda? Børn á Sanatoriinum

Nr. 321 Hósdagur 8. juli ,- Síða 17 Baksíðan Síða 9 Síða 3 Síða 14

Tøl um royking í Føroyum

HAVNAR KLUBBI oktober Endurgerð av minnisriti Havnar Klubba, tá hann fylti 160 ár.

Ársins studentur. Áhugaverd frásøgn frá meslingagrindini, sum var í Gøtu í Vit hava myndir frá grindini, sum ikki fyrr hava verið alment kendar.

Nýggj skip. 70 ár síðan Nólsoy gekk burtur Søgan um ringin sum kom aftur. Svenskari vitjað í Føroyum í 56 ár

FF-blaðið í Frankaríki Vit vóru bæði á fiskivinnuvitjan og til fótbólt. Drúgv og øðrvísi frásøgn

samstarva At veita eina um skjóta hettar og tilboðið: goða viðgerð til kvinnur við burðartunglyndi.

Føroyskur saltfiskur væl umtóktur

Framleiðsla av salti

Altjóða fiskivinnuserfrøðingurin Ben Yami kemur aftur Vænta at fáa íkast til at meta um okkara fiskivinnuskipanir.

Sólskinssøga á heilsuøkinum

Løgmaður um fiskivinnuna

ATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN H71 - NEISTIN. Sunnudagin 28. september kl Hoyvíkshøllin

Heilsan hjá langfarafiskimonnum

Jarðarferðin hjá Morning Star

90 ár síðani skaðagrindina. í Sandvík

Trupulleikar og møguleikar við upsanum. Upsaátakið vísti, at møguleikar eru fyri upsanum, men teir koma neyvan av sær sjálvum.

Fakturablanketten virk.dk. 1 At senda elektroniskar rokningar við fakturablanketten

Fiskimaðurin Andrias í Tarti. Vit ynskja honum tillukku og hava 5. part av hansara lívssøgu. M.a. eru vit í barsil hjá Georg L. Samuelsen í 1911.

Kreppa í norska fiskiídnaðinum. Gretha á Malta verður 70 ár. Føroyskar skipasmiðjur eru kappingarførar. Íslendskt reiðarí:

Orðið eigur í føroyskari felagsverklóg 1

Laksur frá veiðu í Alaska til sølu av føroyingi í USA

ICES viðurkennir. Bjargingarroynd í Vágsbotni. Fiskaren vitjar FF. Bernhard 5. partur. Løgtingsins umboðsmaður setir kærarar í gapistokk.

Verkið liðugt hjá Líggjasi

Transkript:

Ein livandi Kristus til ein doyggjandi heim John Drane prestur segði frá lívssøgu síni í God Channel. Hann kom ikki úr einum kristnum heimi. John var nógv hjá abba sínum, sum heldur ikki var trúgvandi. Men tað var eitt við abbanum, hann livdi eitt lív, sum tey kristnu eiga at liva. Hann bar hesa yndisligu andans fruktina, sum kallast trúskapur. Gal. 5,22. 1

Tað var nevniliga so, at omman fekk eina heilabløðing, tá ið hon var fyrst í 20-árunum, og hon livdi, til hon gjørdist heilt gomul; men abbin rýmdi ikki frá henni. Tvørturímóti, hann var um hana og røktaði hana øll árini. Trúfesti er nakað, sum Harrin setir høgt og lønar. Til landsins trúføstu hyggur mítt eyga (Sálmur 101,6), sigur Skriftin, og Trúfastur maður verður ríkliga vælsignaður (Orðt. 28,20). Hetta trúfestið, sum var ein lívsstílur hjá abbanum, gjørdist líka sum hitt fyrsta frækornið, ið varð lagt inn í hjartað á John. Her sá hann Bíbliuna prædikaða í tí veruliga lívinum. Næsta frækornið fekk hann úr skúlanum. Hann var ólátaður og frekur, so hann stóð meira úti á gongini, enn hann var inni í skúlastovuni. Ein dagin fingu tey ein nýggjan lærara í kristni. John fór fram til hansara og segði: Sir, vit hava ongan áhuga fyri Bíbliuni! Íðan, hevur tú lisið Bíbliuna? spurdi lærarin seigliga. Hesin spurningur slerdi John, tí sjálvandi kanst tú ikki hava eina meining um eina bók, fyrr enn tú hevur lisið hana. Hann setti sær tí fyri at fara at lesa Bíbliuna, so hann kundi seta læraranum ein spurning, ið hann ikki dugdi at svara. Men hvar skuldi hann byrja? Best mundi vera at byrja við evangeliunum. Hann setti sær fyri at lesa tað stytsta. Hann hugdi ikki eftir, hvussu nógvar kapitlar tey høvdu; men hann taldi síðurnar og kom fram til, at Markus hevði stytsta evangeliið. Hann las allar 16 kapitlarnar upp á hálvanannan tíma. Hann gjørdist stórliga bilsin og hugtikin av Jesusi. Hann hevði nevniliga ikki hugsað sær, at Jesus var soleiðis. Hann hevði hildið, at hann var so erpin og stoltur; men nú sá hann, at Jesus var mest saman við tollarum og syndarum. So las hann tað næststytsta evangeliið, og tað var tað hjá Matteusi. Síðani fór hann í holt við Lukas, og hann gjørdist meir og meir hugtikin av Jesusi, sum gekk runt og gjørdi væl og hjálpti øllum. Tá ið hann kom til Jóhannes, bjóðaði hann Jesusi at koma inn í sítt hjarta, tí í Jóhannes 1,12 stendur: Men so mongum, sum tóku ímóti honum, teimum gav hann mátt til at verða Guds børn, teimum, sum trúgva á navn hansara. Hann var umleið 16 ár tá. Tað tóma rúmið innan í honum var ikki longur har, Jesus hevði fylt tað, og hann er hin einasti, sum kann fylla tað. Summi royna at fylla tað við keypiherðindi. Tey skifta bilin út, tey skifta køkin út, tey fara uttanlandsferðir, men eftir nøkrum vikum kenna tey seg líka innantóm. John Drane hevði lagt lív sítt á Guds altar og ætlaði at tæna honum fult út. Hann fór tí til Aberdeen at lesa gudfrøði. Sum prestur prædikaði hann ikki bara í kirkjuni sunnudagar, nei, hann hevði kristnilívið sum ein lívsstíl og hugsaði hvørja løtu um, at kongsins ørindi hava skund. At enda í teirri fyrstu sendingini greiðir hann frá, hvussu hann møtir menniskjum úti í gerandisdegnum: Einaferð umborð á einum flogfari hitti hann ein mann. Tríggir sessir eru í hvørji røð. John sat ytst, í miðjuni sat eingin, men innast sat hesin maðurin. John setti seg at lesa í Bíbliuni. Tað gjørdist honum skjótt greitt, at hin maðurin hevði keypt tveir sessir, so hann slapp undan at sita ov tætt upp at nøkrum. Men tá ið ein løta var farin, og maðurin sá John lesa í Bíbliuni, fór hann at tosa við hann. Hann greiddi frá øllum lívi sínum, sum hevði verið ein stórur ruðuleiki. 2

Tá ið eg fór heimanífrá, smekkaði eg hurðina í, og eg ætli mær ikki heim aftur til konu mína, tá ið eg komi aftur av hesi handilsferðini, segði hann avgjørdur. Teir tosaðu aftur og fram um viðurskifti hansara alla hesa longu flogferðina, og John vísti honum ymiskt út frá Skriftini. Áðrenn teir skiltust, segði maðurin: Tá ið eg komi aftur, fari eg heim aftur til konu mína. Seinni frætti John hin partin av frásøgnini. Tá ið maðurin var farin í øðini frá húsum, fór konan syrgin í skúla. Á vegnum møtti hon einari konu, sum sá, hvussu sorgarbundin og hugtung hon var. Konan steðgaði henni og segði: Hevur tú ikki hug at koma heim við mær? Nakrar kvinnur fara at koma til okkara í morgun, tí vit skulu hava eitt bønamøti. Tá ið tú ert í neyð, sigur tú takk fyri alla hjálp, ið verður rætt tær. Konan segði tí takk. Kvinnurnar lógu á knæ og bóðu fyri hesari neyðars konu. Tá bønaløtan var liðug, kom ein teirra yvir til konuna og segði: Harrin hevur sagt mær, at maður tín kemur aftur. Og tað undarliga hendi, at konan visti innan í sær, at tað var satt. Harrin sjálvur hevði lagt vissuna inn í hjarta hennara. Orðið sigur okkum, at Gud hevur lagt gerningarnar til rættis (Ef. 2,10), men so mugu vit eisini ganga í teimum. Men tað er har, ið tað ofta svíkur. Um meinigheitirnar høvdu verið brennandi, so hevði ikki verið neyðugt við einum Lutheri, Wesley, Moody ella øðrum solo-monnum. Effie Campbell. Harrin hevur sagt mær, at maður tín kemur aftur. Og tað undarliga hendi, at konan visti innan í sær, at tað var satt. Harrin sjálvur hevði lagt vissuna inn í hjarta hennara. Tá ið maðurin eitt sindur snópin kom aftur til hús, fór konan blídliga ímóti honum og segði, at hon visti, at hann fór at koma. Síðani segði hon honum alla sína søgu, og tá vísti tað seg, at júst ta klokkutíðina, tá ið konurnar lógu og bóðu, kom maðurin í prát við prestin. 3

Andakt So sigur hann við mannin: Rætt hondina fram! Matt. 12,13 Jesus biður manning gera tað, hann ikki er førur fyri. Hond hansara var visnað. Tað var eingin megi í henni. Hon hekk sum deyð niður við lið hansara og var sum ein byrða. Hvussu kundi hann rætta Jesusi hondina? Var tað ikki ein sjálvfylgja, bara at mótmæla og siga: Tað er júst tað, eg ikki eri førur fyri! Men maðurin ger nakað, hann ikki er førur fyri. Hann gera tað, við at líta á Jesus. Tað skalt tú eisini gera. Tú kanst ikki trúgva. Tú eigur ikki evnini til tað. Men tú kanst líta á Jesu orð. Vend títt sinn og hjarta móti Orðinum eina. Tá kennir tú, orðið bera náði við sær. Tað merkir, at Guð brúkar tað sum ein veg, at vísa tær náði. Sjálvt Orðið tekur búgv í tær og skapar trúgv. Tað hendir, hvørja ferð Orðið verður Orðið eina í hjarta tínum. Tá hvørt men ella og hvørvur, og hjartað bert verður bundið at Orðinum, hylir tað sál tína, og tú gert eftir Harrans orði. Tá trýrt tú, tí Jesus hevur sagt tað, og tú skalt ikki verða til skammar. Tað varð tann visnað hondin ikki. Við kraft frá Jesu orði, kundi hon rætta seg móti Jesusi. Tað kann tín trúgv eisini, og tá ert tú grøddur við hansara sárum, og eitt lýtt lív er byrjað. H.E. Nissen: Han er vor fred Sólvá Syderbø umsetti 4

Fællesbrev nr. 115 Sumbawanga 26/5-2014 Det er historisk Jacobsen, Olsen, Solgaard, Poulsen (og mon ikke det skyldes Friis). Disse navne på tidligere missionærer kan man læse uden på flere af de genbrugstønder og -kasser, vi er ved at pakke. Det er missionshistorien, der folder sig ud ved en sådan pakning. Vi har bestilt en lastbil, der skal fragte vores ting til Arusha, og vores havemand tager turen 5

med frem og tilbage som vores tilsynsmand på turen. Afskedsbogen Et enkelt provsti havde oplyst 8 menigheder for lidt, og ved et enkelt sogn var der anført en menighed for lidt, så vi kom op på 315 menigheder i dag (mod de 396, der er det officielle tal). D. 29/4 ankom bogen efter en møjsommelig og forsinket rejse til Sumbawanga. Alle fem provstier har fået bøgerne ud, og så er den delt ud til dem, vi har handlet regelmæssigt hos eller vi har haft kontakt med på en eller anden vis - uanset tro eller kirkeretning. Og så har de også fået den på posthuset, telefonselskabet, klinikken, NSSF (National Social Security Fund), osv. Og der er endt nogle stykker på byens bibliotek sammen med en del andre bøger primært fra Soma Biblia. På biblioteket sidder der mange og læser. Hjemlån ikke er muligt. Der er taget godt imod afskedsbogen, og flere har allerede kommenteret noget af det, de har læst i bogen, når vi siden har været forbi. Og en måske ikke helt forventet reaktion: Flere har modtaget bogen som et udtryk for respekt for dem. Selvom bogen handler om LM s arbejde, så er det deres historie, vi har hjulpet til med at bevare på swahili. Og det gør man af respekt. Men vi er privilegeret med de mange muligheder til at sprede evangeliet. Og så har Kipapi (leder af Soma Biblia i Iringa) og Anders Solgaard (volontør) været forbi og overnattet en fire dages tid på deres bogtur. Så der er blevet spredt mange Bibler og kristne bøger i området på det sidste. Nu skulle vi så selv helst gerne have udsolgt i bogbutikken inden afrejse, så det kan være, at Peter må nogle ture på markedet for at sælge. Afsked 30/4 var vi til afskedsfest for Peter og Olivia, volontørerne fra Færøerne, der har arbejdet på Bethania. De fik som skik er et sæt lokalt syet tøj, og drengene på Bethania fik blandt andet er par fodboldsko hver som afskedsgave. Så det var Peters opgave at tage på brugtmarked et par dage med drengene, da de brugte mærkevaresko er bedre end de nye fra Kina. Og ved afsked gives der gaver, men der ønskes også gaver. Og hvad er rimeligt at ønske sig fra LM/LM s missionærer? Ja, flere har syntes, at LM s Landcrusier var da en rimelig afskedsgave mens andre har bedt om computere, en skrivemaskine, solbatterier, stolaer, præstekjoler, bøger, en vandtønde, osv. osv. Selvom det tager tid at besvare alle disse henvendelser, så er det lidt hurtigere at overstå end alle de ting, der skal afsluttes. Og der er virkelig mange. Engang imellem spørger man sig selv: Hvorfor kan det ikke blot besvares og gøres færdigt første gang? Hvorfor skal man vente og vente og rykke og rykke? Hvorfor skal man bruge en halv dag på at lukke en konto i banken? Osv. Ved landsbyens gadekær Hvad gør vi, når Anne-Lene ikke kan være tilknyttet Færøerne, hvis vi skal fortsætte i Tanzania, og missionærlejligheden er lejet permanent ud? Vi har købt et lille hus på Nordvest Falster i Vaalse ved landsbyens gadekær og ikke så langt fra skov og strand. Et lille hus men med plads til mange, mange bøger i en tør kælder. Kim Brandt fra LM i Rå på Lolland, har været vores øjne og fagmand på stedet, mens Peters søstre har været forbi og gjort deres vurderinger. Det er jo ikke lige hver dag, man køber et hus, man kun har set på billeder. men det var kun sådan, det kunne hænge sammen. Nu skal det renoveres og når vi kommer til Danmark i 6

juli, skal der males, og mange af vores ting på Færøerne skal pakkes i en container og sendes ned. Så det bliver en travl juli og august, inden vi skal begynde møderejse. Huset kan så bruges af andre, når vi ikke er der, og hvis nogle teologistuderende har brug for at trække sig lidt tilbage for at studere, så er der både plads og et større teologisk bibliotek. Velkommen til Østervej 54, Vaalse. Og vi tager gerne en af slagerne fra vores ungdom: Ved landsbyens gadekær, der mødes han og hun. (Når dagens travle værk er endt). Kærlig hilsen og Guds fred Anne-Lene og Peter 7

Fýra sløg av gevarum Løðu-menniskju 4:4... tá læt Jósef upp kornbingini (løðurnar) og seldi egyptum korn. 1. Mós. 41,56. Løðu-menniskju. Gud brúkti Jósef at metta alt fólkið eftir eina heimsumfatandi hungursneyð. Ráðgevarar Faraos kundu ikki týða dreym hansara, men tað kundi Jósef. Hann gav Farao eina ætlan, sum gjørdi hann føran fyri ikki bert at breyðføða egyptar í tey sjey árini, hungursneyðin vardi, men eisini at metta verðina kring hann, og tað førdi so harafturat til tað, at Farao slapp burtur úr hesi kreppu sum ein ríkari maður. Tá ið tú tænir Gudi, kann hann kunna teg um framtíðina. Hann kann geva tær vísdóm at yvirliva og at hava tað gott í ringum tíðum. Men eitt sovorðið samband verður ikki uppbygt eftir ongari tíð! Vegurin hjá Jósefi til trónuna í Egyptalandi gekk gjøgnum ár við umvegum, seinkingum og mistreysti. Familjan brúkti svikalist móti honum, kona yvirmans hansara freistaði hann og slatraði um hann, hann varð blakaður í fongsul á einum skeivum grundarlagi, og hann bíðaði í mong ár eftir,at Gud skuldi uppfylla lyfti sítt at gera hann til leiðara. Ár gingu, har hann grundaði um, nær tað mundi fara at henda. Men hann ivaðist ongantíð um Gud. Tað skalt tú heldur ikki gera! Tá ið Gud kundi gera ein fyrrverandi revsifanga sum Jósef til forsætisráðharra í Egyptalandi, er heldur eingin forðing ella fíggindi, sum kann hindra honum í at uppfylla lyfti sítt til tín. So um tú hoyrir til Lumma-menniskjuni, mást tú hugsa um, hvussu tú raðfestir, og tú mást geva Gudi fremsta plássið í tíni fíggjarætlan. Um tú ert eitt Krukkumenniskja, mást tú gevast við at vera so bangin og varisligur gev. Og Gud fer at geva tær okkurt aftur. Ert tú eitt Krukku-menniskja, legg so tað, sum, tú hevur, í Guds hond og lat hann margfalda tað. Um tú ert eitt Løðumenniskja við einum hjarta, sum leingist eftir at bøta um tørvin hjá eini líðandi verð, fer einki av tí, sum mótstøðumenn tínir gera, at kunna steðga tær.... et Ord til Dagen Effie Campbell umsetti. 8

Fællesbrev nr. 116 Sumbawanga 23/6 2014 Sidste, sidste, sidste Sidste eksamen i Sumbawanga Så er eksamen begyndt for de studerende, og vi er til eksamen i pakning, afslutning og flytning. Jo, vi prøver at følge med i verdensmesterskabet, og den tidlige kamp kan vi se 19.00 fra Mozambique med kommentarer på portugisisk Det bliver dog mest de endelige resultater, vi får samlet op på. I går eftermiddags søndag havde kvinderne arrangeret en fornem afskedsfest for Anne-Lene. Mændene var dog inviteret med. Så de kom med festmiddag tilberedt et andet sted, bøn, sang, tale og gaver. Og som Anne-Lene bliver omtalt som og omtaler sig selv som den hvide bedstemor (bibi Mzungu), sådan er Emma nu begyndt at blive omtalt som og omtale sig selv som den afrikanske bedstemor (bibi mwafrika). I juni 9

måned var det også 25 år siden, vi forlod Danmark grundlovsdag for at flytte til Færøerne, og 25 år siden Peter blev ordineret i Fuglefjord kirke. Det blev behørigt fejret i Sumbawanga af Anne-Lene. Sidste studietur Onsdag over middag d. 11/6 havde vi den sidste studietur. Som regel foretager vi dem i week-enden, men der var ingen ledige weekender. Sammen med de teologistuderende på første årgang (9 studerende), tog vi til Kilangala mission ca. 40 km fra Sumbawanga, hvor en af de studerende kommer fra. Missionen er startet af en hollandsk dame, og vi har tidligere skrevet om den. Det er en selvstændig mission, der dog arbejder i tilknytning til Brødrekirken, med klinik, børnehave, primary-school, tømrer- og skrædder uddannelse, evangelisation - især gennem udgivelse af et blad Nuru (lys) med opbyggelige artikler og spørgekonkurrencer, hvor der er mulighed for at vinde Bibler/kristne bøger og så er der et hjem for forældreløse, hvor de lige havde fået et tvillingepar (albinoer) ind, der var et resultat af en forbindelse mellem en chauffør, der arbejdede på et af de mange vejprojekter og en lokal pige. Chaufføren stak af og pigen døde ved fødslen, men børnene nu er i god pleje på missionsstationen. Godt, at vi har sådanne steder. Gud velsigne dem. Sidste undervisning Peters sidste undervisningstimer handlede meget passende om Jesu genkomst og en ny himmel og en ny jord. Tiden i Sumbawanga handler nu om at afslutte og forlade, forlade og afslutte. Og jo det er vemodigt at forlade de 19 blinde og fattige, der nu har været her for sidste gang for at få majs, og fordi det var sidste gang også en lille skilling med i hånden. Der er ikke noget socialt netværk som i Danmark/på Færøerne, og så rejser missionærerne Denne og så mange andre udfordringer ligger heldigvis hos den lokale kirke, når missionen afslutter og forlader for at tage opgaver op andre steder. Og når vi afslutter og forlader denne gamle jord, så er det for at være sammen med Jesus. Hvilken herlig fremtid. Bibelskolen har også været i butikken og købt for en million (ca. 3.500,- kr) bøger, sangbøger og liturgier til indkøbspris, og vil prøve at fortsætte butikken. Det er penge, der er givet til en bil, og så håber man ad den vej at kunne generere lidt flere penge. Der er brug for Bibler og gode kristne bøger, og folk, der sælger dem, indtil den dag Jesus kommer igen. Kærlig hilsen og Guds fred Anne-Lene og Peter PS: Vi ankommer til Danmark d. 8/7, og så går turen til Nykøbing Falster for Peters vedkommende, da han skal tilmeldes folkeregistret, før vi kan overtage en brugt bil, som vi har købt. Da ejeren prøvede at omregistrere den, ja, så skulle den have 10

færøske nummerplader, da Peter endnu er registreret som færing. Vi håber at kunne hente den i Frederikssund hurtigst muligt, så vi kan komme til Vålse, se huset og få købt maling. Det er sommerferie og alle er ude at rejse, men hvis en enkelt sjæl eller to har mulighed for at hjælpe til med at male hele huset, så planlægger vi at male fra d. 14/7 til d. 18/7. Maden klarer vi, men da vi hverken har møbler eller sengetøj, skal man selv medbringe liggeunderlag og sovepose. Send i givet fald en mail til peterolofson@gmail.com D. 19/7 tager vi til Færøerne for at pakke vores ting i en container, der så ankommer til Vålse d. 5/8 ved middagstid, og så har vi en time til at tømme den. Så hvis nogen er i nærheden denne dag velkommen. 11

Hin brenda hondin William Dixon var fríteinkjari. Um tað var nakar Gud - og tí ivaðist hann stórliga í - ætlaði hann sær ongantíð at fyrigeva honum, av tí at hann hevði tikið ungu konu hansara frá honum og einasta, lítla son teirra. Hann var soleiðis vorðin einkjumaður á ungum árum, og hann kendi seg ógvuliga einsamallan og beiskan. Tíggju ár eftir at kona hansara var deyð, fór ein rørandi hending fram í lítlu bygdini Brackenthwaite. Eldur kom í smáttuna hjá gomlu Peggy Winslow, og hon brann í grund. Henda neyðars konan varð bjargað í evstu løtu; men hon var næstan kódnað av royki. Brádliga hoyrdust nøkur syndarlig róp frá einum barni. Hetta var foreldraleysa ommubarnið hjá Peggy. Logarnir høvdu vakt drongin og høvdu noytt hann yvir til kvistvindeygað, har hann nú stóð og rópti. Fólk, ið stóðu í túninum og hugdu, gjørdust forfard at síggja tann vandan, sum barnið var í; men tey mettu, at nú var alt ov seint at bjarga honum, av tí at trappan longu var brend. Alt í einum kom William Dixon rennandi, klintraði upp eftir jarnrørinum, sum var uttan á vegginum, og tók tann piprandi drongin í armar sínar. Hann heltbarninum í høgra armi, og vinstra arm helt hann um hetta heita rørið og kvikaði sær niður. Hann kom akkurát niður í túnið, áðrenn veggirnir rapaðu. Tey, ið vóru hjástødd, róptu hurrá, tí hetta var sanniliga eitt bragd. Drongurin var óskaddur; men hondin í Dixon var ógvuliga illa brend av tí heita jarnrørinum, og enntá eftir at hon var lekt, vóru djúp arr í henni. Gamla Peggy kom ikki fyri seg eftir tann skelkin, hon hevði fingið, og doyði stutt eftir. Átrokandi spurningurin var nú, hvat ið gerast skuldi við drongin. Hjúnini Lovatt, ið vóru hampafólk, vildu fegin ættleiða hann, av tí at tey høvdu mist eitt av børnum sínum. Øll gjørdust bilsin, tí William Dixon vildi eisini so fegin fáa drongin. Torført var at meta um, hvat av hesum báðum heimum var hitt betra. Tí varð kallað saman til fundar, har prestur, myllarin og onnur vóru til staðar. Myllarin var hin fyrsti, sum fekk orðið. Tað er ógvuliga vinaligt av Lovatt og Dixon at bjóða seg fram at ættleiða henda foreldraleysa drongin, segði hann, men tað er so ómetaliga torført at gera av, hvør ið eigur at fáa hann. Dixon hevur bjargað lívi hansara, og hann hevur tí fyrst rætt. Men Lovatt hevur eina konu, og barninum tørvar kvinnuliga umsorgan. So tók prestur orðið: Mær tykir ikki, at ein maður sum Dixon við sínum gudleysu sjónarmiðum er ein hóskandi verji hjá einum barni. Lovatt og konan harafturímóti eru bæði trúgvandi og fara at uppala barnið á rættan hátt. Dixon frelsti likamið á barninum; men tað hevði verið syndarligt, um endin bleiv, at drongurin glataðist. Latið okkum hoyra, hvat ið umsøkjararnir sjálvir hava at siga, legði myllarin uppí og vendi sær til Lovatt, sum svaraði: Kona mín og eg mistu fyri stuttum ein smádrong, og vit halda, at hetta barnið í ein mun kann fylla tað tóma plássið. Vit fara at gera okkara besta at uppala hann í gudsótta. Harumframt tørvar einum barni, at ein kona hevur umsorgan fyri tí. Gott, og nú skulu vit hoyra, hvat ið Dixon hevur at siga. Hann svaraði stillisliga: Mínir harrar, eg havi bara eitt, sum eg kann vísa á, og tað er henda. So tók hann bindið av vinstru hond og rætti hesa neyðars brendu hondina fram. Eina løtu var púra kvirt í stovuni. Fleiri høvdu tár í eygunum. Tað hevði ómetaliga 12

stóra ávirkan á øll at síggja tey djúpu sárini í hondini á Dixon. Hann hevði ein serligan rætt til drongin vegna tær líðingar, hann hevði tolt fyri hansara skyld. Nú skuldi atkvøðast um hetta mál, og Dixon fekk flestar atkvøður. So byrjaði ein nýggj tíð í hesum heiminum, og drongurin saknaði ongantíð umsorganina frá einari móður, tí stjúkpápin gav hesum barni, sum hann hevði bjargað undan tí vissa deyða, allan sín kærleika. Dick var ein evnaríkur og gløggur drongur, og av øllum sínum barnahjarta elskaði hann tann mannin, sum hann nú kallaði pápa. Hann gloymdi ongantíð, hvussu hann hevði bjargað sær undan logunum. Eitt summarið var málningaframsýning har í býnum, og Dixon fór á framsýningina at vísa dronginum myndirnar. Tann myndin, sum hevði størstu ávirkan á drongin, var av Jesusi og Tummasi. Niðriundir stóðu hesi orð: Kom higar við fingri tínum og síggj hendur mínar. (Jóh. 20,27) Drongurin las orðini og segði: Pápi, góði sig mær søguna um hesa myndina. Nei, ikki hasa! Hví? Tí hasari søguni trúgvi eg ikki. Tað bilar einki. Tú kanst kortini siga mær hana. Ja, góði pápi, ger tað. Og so fekk hann søguna, sum hann ongantíð gloymdi. Hatta er júst sum við tær og mær, segði drongurin. Tá ið Lovatt vildi hava meg, vísti tú teimum hond tína. Tað kann vera, at Tummas kendi, tá ið hann sá naglamerkini í hondunum á tí góða manninum, at maðurin átti hann. Ja, tað kann vera, svaraði Dixon. Tann góði maðurin tóktist so sorgarbundin, segði Dick. Eg hugsi, at hann var sorgarbundin, av tí at Tummas í fyrstani ikki trúði honum. Tað var eisini ljótt av honum ikki at gera tað, av tí at tann góði maðurin hevði liðið deyðan fyri hann, var tað ikki? Dixon svaraði ikki, og drongurin helt á: Tað hevði verið ljótt av mær, um eg hevði sagt, tá ið tey søgdu mær um teg og um eldsbrunan, at eg ikki trúði, at tú hevði gjørt hatta fyri meg. Hevði tað ikki? Eg tími ikki at hugsa um hann, góði. Men kanska elskaði hann tann góða mannin aftaná, soleiðis sum eg eri góður við teg. Tá ið eg síggi hasa neyðars hondina, pápi, so elski eg teg fram um øll onnur! Smádrongurin sovnaði, áðrenn hann var liðugur at máta sítt takksemi og sín kærleika. Men Dixon fekk ikki blund í eyguni ta náttina. Kærleiki hansara til Dick hevði bloytt hjarta hansara, og tey sáðkornini, ið sáað vórðu tann dagin, vóru ikki fallin í grýtuta jørð. Hann var reiðiligur maður, og tað umbar seg ikki, at hann skilliga kendi, at tann mátin, sum hann hevði brúkt hin dagin fyri at ogna sær drongin, nú gjørdist ein dómur móti honum sjálvum, av tí at hann avnoktaði hann, hvørs hendur vórðu gjøgnumstungnar fyri hansara skyld. Og tá ið hann sá, hvussu hjartaligatakksamur drongurin var fyri ta frelsu, hann hevði upplivað, kendi hann seg sum eitt vittuggi samanborið við drongin. Hann fór at lesa í Bíbliuni, og tað gjørdist honum greitt, at eins og Dick hoyrdi honum til, soleiðis hoyrdi hann tí Frelsara til, ið var særdur fyri syndir hansara. Við likami, sál og anda gav hann seg nú upp í tær signaðu hendurnar, ið vórðu gjøgnumstungnar fyri hansara skyld. Effie Campbell umsetti. 13

Sannleiksorðið Bíblian er Guds orð. Gud er sannleiki, og tí er orð hansara tann reini sannleiki. Tá ið menniskjan ikki fær tað at passa, so er tað tí, at tey lesa tað ov skjótt og hugsa ikki um, hvat ið veruliga stendur har. Líka upp til okkara dagar hava fólk hildið, at Sinai fjall lá á Sinai hálvoynni, og at ísraelsfólk fór tvørturum við Sues veitina, tá ið Gud turkaði havið, so tey fingu gingið turrskødd tvørturum. Høvdu tey lisið eitt sindur gjøllari, so høvdu tey skjótt sæð, at tað var ógjørligt. Í 2. Mós. 13,17-18 stendur: Tá ið Fárao slepti fólkinum avstað, leiddi Gud tey ikki á vegnum til Filistalands, tó at tað var stytsta leiðin; tí at Gud hugsaði, at tey kundu fara at iðra seg, tá ið tey sóu ófrið ganga á, og snúgvast aftur til Egyptalands. Men Gud læt fólkið fara í bug eftir reynvegnum móti Reyðahavinum. Herbúnir fóru ísraelsmenn út úr Egyptalandi. Sinai hálvoyggin hoyrdi tá til Egyptalands, og her stendur, at tey vóru farin út úr Egyptalandi. Altso kann Sinai fjall ikki liggja á Sinai hálvoynni. Tað liggur nevniliga í Suðurarabia. Tað sigur Paulus ápostul okkum eisini í Gal. 4,25:... tí at Hagar er Sinaifjallið í Árábiu. So ísraelsmenn fóru tvørtur um Reyðahavið við Akabavíkina. Har er havið millum 70-100 metrar djúpt. Her niðri á havsins botni finna kavarar mannabein í rúgvu tali, beinagrindir av rossum, hervagnar og hjól. Í 2. Mós. 14,7-8 stendur: Hann (Farao) tók seks hundrað úrvalshervagnar og allar hervagnar Egypta... og helt aftan á ísraelsmenn. Sálomon kongur reisti tvær steinsúlur, eina hvørju megin víkina, til minnis um Guds undurfullu bjarging. Innskriftin á vestaru súluni er skavað av, meðan innskriftin á hinari er til taks og kann lesast. Henda stutta greinin er umsett eftir einum fyrilestri hjá Hans Bratterud, teologi og søgufrøðingi. Hann helt fyrilesturin á Gospel Channel, og har vóru myndir vístar av tí, sum kavararnir funnu og eisini av steinsúlunum. Effie Campbell umsetti. 14

Ísakur Tá Sára doyði 127 ára gomul, syrgdi Ábraham og jarðaði hana í Makpelahellinum. Síðani fór hann at hugsa um, at Ísakur átti at fingið sær eina konu. Av tí at fólkini í Kánaanslandi vóru so gudleys, bað hann Eliesar, húskall sín, fara til føðiland sítt, har hann hevði skyldfólk, og finna Ísaki eina konu. Eliesar fór so avstað, og við sær hevði hann tíggju kamelar og nógvar dýrgripir. Tá hann kom til bygdina, haðani Ábraham var ættaður, steðgaði hann við ein brunn uttan fyri bygdina, so at hann og kamelarnir kundu fáa sær at drekka. Tá hann sá, at nógvar gentur komu út til brunnin eftir vatni, bað hann Guð geva sær eitt tekin, so at hann kundi vera vísur í, hvørja teirra hann skuldi velja til Ísak. Hann bað um, at tann rætta gentan mátti vera tann, sum eisini gav kamelunum at drekka, tá hann bað hana um vatn. Hann var ikki liðugur at biðja til Guðs, tá ið Rebekka, dóttir bróðursonin hjá Ábrahami, kom yvir til brunnin. Eliesar skundaði sær at biðja hana um vatn, og tá ið hon hevði givið honum, gav hon eisini øllum kamelunum. Eliesar spurdi Rebekku, hvør ið hon var, og tá ið hon segði dóttir Betuels, varð Eliesar glaður. Hann gav henni ein nasaring og tveir armringar úr gulli og spurdi, um hann kundi sleppa at gista hjá teimum. Tað roknaði Rebekka við og rann heim at fortelja, hvørjum hon hevði møtt úti við brunnin. Eliesar var so glaður fyri at hava fingið bønarsvar, at hann lovaði og takkaði Gudi. Seinni kom Lában, beiggi Rebekku, út til brunnin eftir honum, og hann slapp at gista hjá Betueli. Hann greiddi Betueli og Lábani frá, hví hann var komin, og hvat ið hevði verið honum fyri. Teir játtaðu, at hann kundi hava Rebekku við heimaftur, og hon var eisini fús at fara. Tá ið tey komu aftur til bygdina, har Ísakur búði, møttu tey honum úti á bønum. Eliesar segði honum frá ferðini og tí, sum var hent úti við brunnin. Ísakur tók sær so Rebekku til konu og var góður við hana. Ábraham livdi nógv ár eftir, at Ísakur var giftur, hann gjørdist 175 ára gamal. 15

Eliesar og Rebekka við brunnin Útgevari Heimasíða: www.kmf.fo Kirkjuligt Missiónsblað Kirkjuliga Missiónsfelagið Ábyrgd: Kristian Thorleifsson kemur út 8 ferðir um árið undir Hálsi 14 tel: 212856 (februar, mars, mei, juni, august Fo- 700 Klaksvík Prent: KMF september, november og desember t- postur: kmf@kmf.fo Konta: 9181-495.337.3 Haldaragjald: kr. 200,00 16