Kirkjuligt Missiónsblað

Relaterede dokumenter
Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál. Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Ein livandi Kristus til ein doyggjandi heim

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Jesus biður fyri okkum Joh. 17, 20-26

Nr. 1 Februar árið

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Kvinnan við Sikarsbrunn Partur II Joh. 4, 1-43

Hvussu kunnu vit liva sum trúgvandi í dag?

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

- Webundersøgelse, Fólkaskúlaráðið, oktober Fólkaskúlaráðið. Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på

Kirkjuligt Missiónsblað

Nr mai árg. Lívsins orð

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Ríki maður og Lázarus Luk. 16,

Enok maðurin, sum gekk við Gudi

Kirkjuligt Missiónsblað

Men størstur av teimum er kærleikin

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál

HEVUR JESUS NAKRAN TÝDNING

Brúdleypið hjá kongssoninum. Matt. 22, 1-14.

Kvinnurnar við grøvina

Kirkjuligt Missiónsblað

Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar

Kirkjuligt Missiónsblað

TÁ IÐ TIT... Kirkjuligt Missiónsblað. Nr juni árið

Til minnis um Elsa Jacobsen, kristniboðara

Søgan um "Vesturhavið Blíða"

Námsferð 25. mai 5. juni 2017

Fólkaheilsukanning Hvussu hevur tú tað 2015

Børn og doyving Kunning til foreldur

Sigurd fekk medalju fyri sigling í krígstíð í Íslandi

Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin. Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014

Minni um teir, sum sigldu og teir, sum doyðu undir krígnum Ferðin hjá "Johannu" eitt rimmar tiltak.

forbindelse med både ansættelse, ændring i ansættelsesforhold og ved afslutning af ansættelsen.

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

EFTIR TÍNUM ORÐI! Kirkjuligt Missiónsblað. Nr februar árið. Jákup Olsen skrivar. Fiskiveiða Pæturs, Luk


Út á Fagranes, har 7 fiskimenn mistu lívið í 1927

Strongdkanning av limum hjá Starvsmannafelagnum. Gjørd av Fegin Ábyrgdari: Niclas Heri Jákupsson

Sagsøgeren har påstået sagsøgte dømt til at betale kr. med procesrente fra den 26. juni 2003, subsidiært procesrente fra den 22. april 2008.

Marius smíðar bát í Íslandi. ALS 10 ár. Stór frásøgn frá hátíðarhaldinum. Bjarni Djurholm má steðgast og fiskimonnum má vera tryggjað rættindi.

Mest støðuga fiskavirkið er í Vági

Svenskur elitusvimjivenjari

Lívsins salt. Vit hava verið í Ibiza og hugt eftir saltframleiðslu. Neptun og Nólsoy

samstarva At veita eina um skjóta hettar og tilboðið: goða viðgerð til kvinnur við burðartunglyndi.

Aftaná eitt misálit Tað hjálpir einki bert at seta nýggjan landsstýrismann. Tað, sum ræður um, er ein fullkomilig umskipan av fiskimálaráðnum.

ATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN H71 - NEISTIN. Sunnudagin 28. september kl Hoyvíkshøllin

Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging

Givið út 30. mai 2017

Nám. Í læraravegleiðingini er eisini eyka tilfar, sum nýtast kann, um tíð er til tess og uppgávur eru á

Vegleiðing at dagføra GPS-kort. Tillukku við tínum keypi av GPS-korti. Kortið fevnir um Føroyar.

Leiðarans leiklutur og samskifti í broytingum

Tine Færch Jørgensen. Til Trafik- og Byggestyrelsen

Klagan til TV2. Hvat kann gerast. Upplivdi illveðrið í 1932, ið beindi fyri formanni í FF. Livravirkið á Eiði. Frásøgn hjá Andrew Godtfred:

Frágreiðing frá Skipaeftirlitinum um arbeiðsvanlukku umborð á Túgvusteini hin

Skiparin sum virkaði sum tannlækni

FÓLKASKÚLIN FØROYSKT 9. FLOKKUR

Heilsu- og innlendismálaráðið

Tøl um royking í Føroyum

Nýggj stjórnarskipan má fyrst og fremst verja borgaran

Kann søgukritiska háttalagið brúkast til bíbliugransking?

HAVNAR KLUBBI oktober Endurgerð av minnisriti Havnar Klubba, tá hann fylti 160 ár.

Ársins studentur. Áhugaverd frásøgn frá meslingagrindini, sum var í Gøtu í Vit hava myndir frá grindini, sum ikki fyrr hava verið alment kendar.

Blákrossheimið Ársfrágreiðing 2017

Fiskimaðurin sum gjørdist dýnukongur

MENNINGARÆTLAN FYRI DAGSTOVNIN Í ØKSNAGERÐI

Hvat hendi við russarunum?

Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland

Heilsu- og innlendismálaráðið

Dreymurin um at sleppa við júst

Orðið eigur í føroyskari felagsverklóg 1

FF-blaðið í Frankaríki Vit vóru bæði á fiskivinnuvitjan og til fótbólt. Drúgv og øðrvísi frásøgn

O livia W.H ansen. F ram haldsdeild

Gott at vita við útskriving & heimavitjan

"Okkara maður" í Sandoynni fyllir runt. Sigmund verður 75. Vit dokumentera, at sjónvarpstíðindini vóru fupp. Úr Syðrugøtu til Aberdeen

Føddur undir Hitler, vaksin upp undir Stalin

LÆRARABÓK. Jón Magnus Joensen KRISTNI 5

ICES viðurkennir. Bjargingarroynd í Vágsbotni. Fiskaren vitjar FF. Bernhard 5. partur. Løgtingsins umboðsmaður setir kærarar í gapistokk.

Við Sólarris í Grønlandi í Realurin 50 ár. Skiparar í Føroyskir fiskimenn í Hirtshals

Bakstøði Ynski var: - At lýsa teir møguleikar og tær treytir eldri fólk í Føroyum hava fyri einum góðum lívi í eldri árum - At lýsa hvørji átøk kunnu

Ferðamannaskip í 1844

Sólskinssøga á heilsuøkinum

Almannastovan. Almannastovan. Skjal 11. Dagur J. nr I. Almanna- & Heilsumálastýrið Fyrisitingardeildin Eirargarður Tórshavn

Transkript:

Nr. 8 des. 2011 64. árið Kirkjuligt Missiónsblað BARN ER OKKUM FØTT! Tí at barn er okkum føtt, sonur okkum givin, og á herðum hans skal høvdingadømið hvíla; navn hans skal verða kallað undur, rágevi, veldigur Guð, ævinnar faðir, friðarhøvdingi. Jes. 8,6 Undur Barnið er eitt undur. Hetta vísir aftur á Jesaja 7,14: Sí, moyggin verður við barn og føðir son, og hon kallar hann Immanuel. Hesi versini skrivar Jesaja umleið ár 700 fyri Kristus. Hvussu støðan var í Ísrael um hetta mundi, tá Jesaja talaði hesi versini, kunnu vit lesa í 2. Kongabók 15,29: Á døgum Peka, Ísraels kongs, kom Tiglat-Pilesar, Assurs kongur, og tók Ijjon og Ábel-Bet-Máaka og Jánóa og Kedesj og Házor og Gilead og Galileu, alt Naftaliland, og herleiddi fólkið til Assurs. Assur var tá eitt megnar veldið. Vit kunnu samanbera við valdið, sum USA hevur í dag. Tískil vóru Ísraels fólk sera bangin fyri at fara í kríggj við hetta landið. Men tó at fólkið hevur allar orsøkir til stúran, so talar Jesaja um vón og sigur í 9,1: Eitt barn er okkum føtt, sonur okkum givin. Men Guð er altso rættiliga provokerandi. Megnar veldið Assur er beint uttan fyri býarportrið og alt, Guð kann geva Ísrael, er eitt barn. Sær hann ikki støðuna, hvussu álvarsom hon er? Líka sum Ísrael hevði Assur sum fígginda, so hava vit fíggindar - Sátan, synd og deyða. Og lætt er at hugsa: Er hatta lítla barnið, sum bleiv føtt jóladag nokk til at frelsa meg? Sær Guð ikki, at støðan er nógv álvarsamari enn sum so? Tó er hetta barnið ikki eitt vanligt barn. Vit skulu nú hyggja eftir nøvnunum, sum barnið fekk.

Barnið er eitt undur. Tað er ikki vorðið til á vanligan hátt, men er eitt undur frá Guði. Barnið er føtt ímillum okkum, og er ein av okkum, men er givið frá Guði. Ikki bert gjørdi Jesus nógv undur, tá hann gekk runt á jørð, men alt hansara lív, deyði og uppreisn var eitt stórt undur. Ráðgevi Barnið er ráðgevi. Kongar og politikarar hava ráðgevarar, men Jesus tørvar ongan at geva sær ráð, tí: Andi Harrans skal hvíla yvir honum, andi vísdóms og vits, andi ráðs og kraftar, andi kunnskapar og ótta Harrans, sum vit lesa í Jesaja 11,2. Hann gevur okkum ráð og vegleiðing, um vit søkja hann. Og ráð hansara er ikki bert í orðum, men í kraft. Veldigur Guð Barnið er veldigur Guð. Jesus er Guð hin alvaldi, sum er nær hjá okkum. Hann er tann Guð, sum kundi frelsa Ìsrael frá 135.000 hermonnum við at brúka 300 menn á Gideons døgum! Hann er tann Guð, sum vann á syndini, deyðanum og Sátani við at taka Guðs vreiði á seg, tá hann doyði á krossinum. Tann revsingin vit syndarar høvdu uppiborið, tók hann á seg. Hann er tann Guð, sum deyðin ikki kundi halda bundnan, men sum reis uppaftur, og er hjá okkum hvønn dag, hvat so hendir! Ævinnar Faðir Barnið er faðir. Jesus er ikki bert Guð hin alvaldi, sum ræður við veldi. Hann er eisini faðirin sum elskar okkum við sínum faðirkærleika. Ja, hann elskaði okkum so nógv, at hann gav seg sjálvan fyri okkum, so at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, man hava ævigt lív. Guð ynskir samveru við okkum um allar ævir, og tað kundi bert koma í lag, um tað sum skilir okkum frá Guði, nevniliga syndin, bleiv tikin burtur. Tað hendi, tá Guð læt Jesus doyggja fyri okkara syndir. Tá rakti Guðs heilaga vreiði Jesus, og vit kundu ganga frí. Ja, í honum hava vit ævinleikan í himni í væntu! Friðarhøvdingi Tað hebraiska orðið fyri frið er shalom. Tað merkir eisini harmoni. Jesus er frelsarin sum tekur sær av øllum menniskjanum. Hann syrgir ikki bert fyri tí andaliga, men fyri øllum menniskjanum. Hann ynskir at fáa pláss í øllum pørtum av tínum lívi. Hann ynskir at koma við sínum friði til tín gerandisdag, títt arbeiði og tína stúran. ANDAKT Tí at Guds náði er vorðin opinberað til frelsu fyri allar menniskjur, og hon uppsiðar okkum til at avnokta gudloysið og hinar veraldligu girndirnar og liva hóvliga og rættvísiliga og gudiliga í hesum heimi. Tit.2,11-12 Holdsins girnd stendur andanum ímóti. Tað er enn ein bardagi. Mong ery tey kristnu, sum leingjast eftir bjarging, tí verðin freistaði tey. Aftur og aftur mugu tey spyrja: Hvussu verði eg ein sannur og livandi kristin? Guds orð hevur svarið. Tað verður tú ikki við at taka nýggjar avgerðir. Tað verður tú heldur ikki við at gera nýggjar royndir og heilhjartaður geva teg yvir. Tað eydnast heldur ikki við gudsótta av ymiskum slagi. Nei, einasti vegurin, sum førir fram, er náðarinnar vegur. Guds kærleiki megnar tað, eingin annar megnar. Tað, Gud hevur gjørt fyri teg, fær teg at liva eitt lív, sum tú ongantíð hevði kunnað livað í egnari megi. Tað er nakað óhugnaliga strangt yvir einum lógarkristnum. Ber til at vinna sigrar, verður hjartað alt meiri sjálvsøki og hugmóðigt. Øvundsjúka, sjálvsøkni og ongin kærleiki trívast undir yvirflatuni. Tað er nakað heilt annað við einum náðar-kristnum. Náðin lærir hann at siga nei til tað, sum gongur Gudi ímóti. Tað ger hann ikki stóran í egnum tonkum. Hann veit jú, at uttan Gud var hann einki. Hann lovprísar Guds náði. Náðin fyllir hjartað. Tað er eisini náðin, sum fær hann at uppføra seg øðrvísi. Tað er einki, hann kann rósa sær av. Ávøksturin er ikki hansara, men Guds. Undrast tú á, at tú ongantíð verður troyttur at hoyra um Jesus? Gerningar hansara eru lívsins breyð fyri teg. Við Jesusi í tínum stað, er keldan til alt gott i tínum lívi. Tí: Verð verandi í Guds náði. Gleð teg um náðina. Lat náðina fylla og hita títt hjarta. Sólva Syderbø týddi úr andaktsbókini hjá Hans Erik Nissen : Et er nødvendigt 2 Nr. 8 des. 2011 64. árið

Tað størsta hann gevur okkum er tó frið við Guð. Vit, sum í okkum sjálvum skuldu verið undir Guðs dómi og vreiði, okkum hevur Jesus vunnið frið við Guð. Hann fór sjálvur inn undir Guðs vreiði og dóm, tá hann hekk á krossinum. Hann tømdi Guðs vreiði-bikar, so vit ikki um ævir skulu vera undir vreiðini! Tá Sátan vil ákæra okkum fyri okkara syndir og misbrot, so mugu vit siga: Tú fert til tann skeiva persónin, tí Jesus hevur tikið mína synd á seg. Tú mást tala við hann um tað! Tá er hann máttleysur og má rýma. Tín trúgv er ein fingur, sum peikar burtur frá tær sjálvum og yvir á Jesus. Ì Jes. 8,7 lesa vit: Stórt skal høvdingadømið verða, og friðurin skal ongan enda taka á hásæti Dávids og í kongsríki hans til tess at reisa tað og menna tað við rætti og rættvísi hiðan ífrá og um allar ævir. Vandlæti Harra herliðanna skal gera hetta. Friðurin skal ongan enda hava í Jesu ríki. Sjálvt um Assurs herur stendur við portrið, so skal friðurin verða uttan enda yvir hásæti Dávids. Hetta var so avgjørt ikki tað, sum fólki upplivdi og føldi. À sama hátt kunnu vit uppliva Sátan sum eitt megnar veldi, sum bert vil oyðileggja og fáa okkum til at synda. Hann gongur runt sum ein ýlandi leyva, men vit hava frið. Ikki frið við syndina, men frið við Guð. Og tað er Harra herliðanna, sum gevur okkum hendan friðin. Sum trúgvandi liva vit í tveimum veruleikum samstundis. Vit eru samstundis rættvís og syndarar. Paulus sigur tað so væl í sínum seinna brævið til korintmanna 6,10: Vit liva sum sorgarfullir, men tó altíð glaðir, sum fátækir, men gera tó mangar ríkar, sum teir, ið einki hava, og tó eiga alt. Vit føla okkum ofta sum tann størsti syndarin, men eru tó rein og heilag yvir fyri Guði. Vit eru sorgarbundin, tá vit hugsa um hendan heimin, um alla neyðina og um øll tey sum liva burturi frá Guði, men eru tó glað, tí vit hava fingið lut í frelsuna. Vit mugu siga nei til nógv ting, sum hesin heimur roknar fyri virðismikið og eru tí fátæk. Tó gera vit mangar ríkar, tá vit boða gleðiboðskapin, biðja fyri teimum og liva eitt lív í hjálpsemi og gávumildni. Vit byggja okkara lív á nakað, sum hesin heimur ikki roknar fyri nakað, og tí eiga vit onki. Og tó eiga vit alt. Tí vit eiga Jesus. Jesus hevur vælsignað okkum við allari andligari signing! Vit hava fingið frelsuna. Vit hava endurloysingina við blóði hansara, fyrigeving syndanna (Ef.1,7) Silas K.K. Olofson 3

Rigdom og fattigdom Det var rigt Det var lørdag d. 17/9. Klokken var hen ad ti om aftenen, da to præster kom til vores dør. Det er lidt usædvanligt at komme så sent i Tanzania. Men den ene præsts søster var død klokken syv samme aften, 65 år gammel, og de havde kontaktet kirkeledelsen for om muligt at låne den ene kirkebil med chauffør, så afdøde kunne fragtes til Ilemba ca. 100 km fra Sumbawanga. Kirken havde ingen, der var ledig, og derfor dukkede de op hos os. Kunne vi ikke hjælpe dem? På den ene side findes der ikke bedemandsforretninger i Sumbawanga, på den anden side skal vi heller ikke vænne folk til, at hos missionæren får man alt gratis. Så udmeldingen blev: Jo, jeg kører gerne, hvis I betaler udgiften til bilen. Svaret var: Det gør vi gerne, hvis du vil hjælpe os. Efter morgengudstjenesten på bibelskolen søndag, drog vi ind til byen efter en kiste og kørte derefter til det katolske hospital, hvor afdøde blev lagt i kisten. Bilen blev fyldt med mennesker og vi kørte til den ene præsts hus, hvor en større folk mennesker var samlet i sørge-hus. Efter et stykke tid var der bøn og afgang. Kisten måtte stå på skrå opad sædet bagi bilen, da den var for lang til at kunne stå på gulvet. 15 mennesker inkl. chaufføren, dvs. 3 på første sæderække, 4 på næste og 8 helt bagerst sammen med kisten. Det var trangt. Det sidste stykke til Ilemba er 20-25 kilomter ad bjergveje, hvor vejene på det sidste bjerg, der skal passeres, er i en helt elendig forfatning. Men vi kom ned i god behold og kisten blev bragt ind til de sørgende og syngende kvinder, der sad inde i afdødes hus. Siden kørte vi den til kirkegården, hvor selve begravelsesgudstjenesten fandt sted. Den lokale præst var med, men det var vores egen lokale præst, der skulle prædike, og han holdt en stærk prædiken om at dø i Kristus. Der var både vækkelsesforkyndelse og trøst. Som kristne kan vi sige også i døden: Vi sejrer, fordi Jesus har sejret. Det var rigt at være til begravelse. Og selvom det blev sent og mørkt inden vi var hjemme efter en lang dag, så kunne vi også denne dag glæde os over vores rigdom som kristne. Det var fattigt En studerende kom d. 28/9 om morgenen og spurgte om hun måtte 4 Nr. 8 des. 2011 64. árið

besøge sin bror, der var indlagt på hospitalet. Det viste sig, at han allerede var død på det tidspunkt. Han var en af de blinde i Sumbawanga, der sad og spillede på gaden sammen med andre blinde for at tjene en skilling. Han havde guitaren. Dagen efter var der igen bud efter missionærens bil og vi fyldte den lige over middag med lærere og studerende og kørte til den afdødes hus. Endnu var kisten ikke kommet, så vi ventede udenfor, mens kvinderne - både seende og blinde - sad indenfor ved den afdøde og sang den ene kristne sang efter den anden. Da kisten endelig kom, blev den afdøde lagt i kisten og kisten blev båret udenfor. Evangelisten fra den nærliggende Brødrekirke trådte frem og sagde: Afdødes kone hører til vores menighed, hun er vores kristen, men hendes mand kender vi ikke. Han er ikke vores kristen. Er der andre, der vil gøre krav på ham, så træd frem nu og led begravelsen. Ingen trådte frem, og derfor blev kisten blot båret ud til den ventende bil og bilen kørte afsted, mens et kor af blinde og seende gik foran bilen og sang kristne sange. Jeg bad vores studerende om at gå, og så blev bilen fyldt med andre blinde, der gerne ville køres. Da vi kom til gravstedet på kirkegården, blev kisten blot sænket ned og så blev den dækket til, alt imens et kor af flest blinde sang kristne sange. Da den var dækket til blev der dog plantet et trækors i jorden oven på kisten. Der var så nogle få praktiske oplysninger og en tak for hjælp med at grave graven og støtte. Det var det. Det var fattigt. Så var der dog en blind, der trådte frem og blev ledt hen til gravstedet, og så sagde han: Blindhed er ingen undskyldning for ikke at gå i kirke. Følg ikke det eksempel den afdøde gav. Gud velsigne jer. Ingen prædiken. Ingen bøn. Men der var en blind, der ønskede os Guds velsignelse. Fattige og dog rige Også som kristen kan vi føle os fattige ved en begravelse. Vi har mistet en dyrebar skabning. Vi har mistet en, vi holdt af og som betød noget for liv. Og den fattigdom, vi oplever, er reel og skal ikke benægtes. Men midt i den fattigdom er vi rige i døden, det blev vi mindet om ved begravelsen i Ilemba. Det er som J. Nordahl Bruun skriver: Jesus lever, graven brast, han stod op med guddoms vælde, trøsten står som klippen fast, at hans død og blod skal gælde; lynet blinker, jorden bæver, graven brast og Jesus lever! Jeg har vundet, Jesus vandt, døden opslugt er til sejr, Jesus mørkets fyrste bandt, frihed jeg ved Jesus ejer; åben har jeg Himlen fundet, Jesus vandt og jeg har vundet. Peter O.K. Olofson Sumbawanga Nýggir haldarar Eg ynski at halda Kirkjuligt Missiónsblað. Navn: Bústaður: Postnr. og bygd/býur: Undirskrift: At senda til: Kirkjuligt Missiónsblað, Undir Klakki 39, FO-700 Klaksvík 5

Hví tegir Gud? Týski presturin Wilhelm Busch varð føddur í 1897. Hann las gudfrøði í Tübingen, og varð prestur í Bielefeld; aftraná tað varð hann prestur millum námsarbeiðarar; loksins varð hann ungdóms-prestur í Essen í mong ár. Wilhelm Busch doyði í 1966 á veg heim frá møtum Sassnitz í Rügen. Hann skrivaði nógvar bøkur; millum aðrar bókina Gud Ja! Men Jesus? Úr hesi bók er henda frásøgnin: Kjakast kann vera í tímavís um, hví Gud letur hetta ella hatta henda. Men spurningurin verður ikki rættiliga við-komandi, fyrr enn tað rakar ein sjálvan. Mann ikki so vera? Í øllum teim døpru og ræðuligu tíðarskeiðum í lívi mínum havi eg bara havt Jesu kross at rætta meg eftir. Herfyri segði ein ung genta við meg, heilt ólukkulig: Eg orki ikki at liva longur. Tína støðu kenni eg ikki, men tá ið tað snýr seg um tað torskilda í lívi tínum, vil eg siga: Tað ræður ikki um at spyrja: Hví? Hví? Hví?, men vit mugu spyrja: Hvat vil Gud geva mær gjøgnum hetta? Fyri at lýsa hetta, fari eg at siga tær frá einum tilburði: Tá eg fyri mongum árum síðan var prestur í einum námsøki, vóru har ræðuligar hendingar. Ein dagin hoyrdi eg um ein arbeiðsmann, sum hevði fingið skaða í ryggin. Nú var undirparturin lammaður, og ongin vón var um bata! Eg fór at vitja hann; men tann vitjanin var tann ringasta, sum eg hevði upplivað. Kroysan var full av vinmonnum hansara. Brennivínsfløskurnar stóðu á borðinum. Hin lamni maðurin sat í eini rullustóli. Tá ið eg steig inn um dyrnar hoyrdi eg eitt ýl: Tú svarti 6 prestur, halt teg burtur hiðani! Hvar var gudur tín, tá ið steinurin rakti meg? Hví tegir Gud? Og so komu illbønirnar; tað var sum í helviti. Eg fekk onki sagt og fór sostatt avstað aftur. Eg átti nakrar vinir millum náms-arbeiðararnar. Kvøldið eftir greiddi eg teimum frá hesi hending. Eina viku seinri, júst sum eg byrjaði eitt møti fyri hesum bólki av arbeiðs-monnum, reyk hurðin upp á bak við buldri og braki - og rullustólurin við lamna manninum varð koyrdur inn. Vinirnir millum námsarbeið-ararnar høvdu beint fram verið eftir honum Nr. 8 des. 2011 64. árið

og høvdu tikið hann á møti. Eg veit ikki um teir høvdu spurt hann áðrenn - helst ikki. Har sat hann nú framman fyri mær. Og so talaði eg út frá orðunum: So elskaði Gud heimin - ikki fyri at vit skulu hava tað gott, men soleiðis at hann gav son sín hin einborna. Eg talaði um Jesus, Guds livandi orð, sum vit mugu hoyra og helt fram: Fyri at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast. Maðurin lurtaði. Hetta var fyrstu ferð hann hevði hoyrt eina sovornðna talu um Jesus. Knappliga sá hann ljós. Eg skal greiða frá tí í stuttum: Nakrar mánaðir eftir hetta var hann vorðin ogn Harrans Jesusar. Eg dugdi ikki heilt at greina, hvussu alt var vorðið nýtt. Hann fekk skipað viðurskifti. Har, sum fyrr hoyrdust illbønir, hoyrdist nú sangurin um Jesus. Gomlu vinirnir hildu seg burtur, men nýggir vinir komu í teirra stað. Brennivínsfløskurnar vóru horvnar; í staðin fyri lá Bíblian á borðinum. Konan og børnini lívgaðust upp. Stutt áðrenn hann doyði, vitjaði eg hann aftur. Ta vitjanina gloymi eg ikki. Hann hevði eitt sjáldsamt navn: Amsel (kvørkveggja). Hann tekur tað ivaleyst ikki illa upp, nú hann er í ævin-leikanum, at eg nevni navn hansara. Amsel, segði eg, hvussu gongst? Jú, segði hann, síðan lív mítt kom at hoyra Jesusi til og síðani eg havi fingið syndanna fyrigeving, hevur hvør dagur í lívi mínum - hann hugsaði seg um eitt sindur - verið sum dagurin fyri jólaaftan. Var tað ikki vakurt sagt av námsarbeiðaranum? Og so kom tað, sum ikki gongur mær úr minninum. Hann segði: Busch! Eg fari at doyggja skjótt, eg kenni tað á mær. Vit vóru vorðnir góðir vinir, og søgdu tú við hvønn annan. Og so gangi eg inn um portrið og standi frammi fyri Gudi. Tað er heilt greitt fyri mær, at deyðin ikki skal vera hitt seinasta. Og tá ið eg standi framman fyri Guds trónu í ævinleikanum, vil eg falla niður fyri honum og takka honum fyri at hann - breyt ryggin á mær. Amsel segði eg undrandi, hvat er tað tú sigur? Og tá svaraði hann: Eg veit hvat eg sigi. Um hetta ikki var hent, og Gud framvegis hevði latið meg liva í gudloysi, so hevði eg lopið eftir vegnum til helviti inn í æviga fordøming. Tí mátti Gud í sínum bjargandi kærleika taka so hart í meg og bróta ryggin á mær, fyri at eg kundi finna fram til Jesus, son hansara. Gjøgnum Jesus eri eg vorðin eitt lukkuligt Guds barn. Og tí vil eg takka honum fyri tað. Og so kom ein setningur, sum eg ikki gloymi: Tað er betri at vera lamin og hoyra Jesusi til og vera eitt Guds 7 barn, enn við tveimum frískum beinum at leypa beint í helviti! Eg svaraði: Kæri Amsel! Gud hevur sent tær tað, sum er ræðuliga tungt. Í fyrstuni vart tú illur: Hvar var Gud? Hví tegir Gud? Og nú skilir tú, hví Gud hevur sent tað: Hann vildi draga teg til sín! Vit áttu ikki at spurt: Hví?, men staðinfyri Hvat vil Gud geva mær gjøgnum hetta? Og eg vil siga tær, at eg haldi at alt tað tunga í lívi okkara er har fyri, at Gud skal kunna draga okkum til sín gjøgnum Jesus! Mær dámar so væl at syngja hetta ørindi: Nærri til tín, um enn leiðin ber ígjøgnum myrkur á lívsins ferð Hvat meg vil skaða, tað Harri tak nærri til tín tú meg altíð drag. Eg vildi ynskt, at tú kundi sungi við - biðjandi! Wilhelm Busch úr bókini Gud Ja! Men Jesus? Emma Jacobsen týddi.

Heilsanir úr Kina Vit hava fingið nøkur lurtarabrøv frá fólkum í Kina, ið hava lurtað eftir útvarpssendingunum hjá útvarpsstøðini Voice of salvation. Útvarpsstøðin sendir sendingar inn yvir Kina. Sent verður frá oynni Taiwan, tí kristiligar útvarpssendingar ikki eru loyvdar í Kina. Globaliseringin hevur havt við sær, at 20 prosent av øllum fólkunum eiga 80 prosent av øllum virðunum í heiminum. Vit í Føroyum eru millum tey 20 prosentini. Tí hava vit møguleika at gera eitt sera stórt arbeiði við av brúka av okkara yvirflóð. Kirkjuliga Missiónsfelagið stuðlar útvarpsstøðini á Taiwan við 100.000 kr árliga. Hesir pengarnir fara til sendingar, sum milliónir av fólkum hava høvið at hoyra. Flestu fólkini hava ongar aðrar møguleikar at hoyra gleðiboðskapin enn gjøgnum útvarp. Vit kunnu sostatt verða við til at ótrúliga nógv fólk hoyra um Jesus við tað at vit stuðla útvarpssendingunum. At okkara stuðul ger mun sæðst av lurtarabrøvunum niðanfyri. Góði vertur Friður verið við tykkum! Tað eru nakrar vikur síðani eg hoyrdi tykkara sendingar seinast; tað er tí, eg fór aftur til heimbygdina Changchiakou í Herbei at vitja foreldrini. Tey eru bæði um 70 ára gomul og eru ikki trúgvandi. Eg stúri fyri teimum, tí heilsa teirra er vánalig. Eg eigi sjey systrar, men bert eg og ein onnur trúgva á Jesus. Hinar systrarnar eru rættiliga treiskar og eg veit ikki, hvat eg skal gera við tað. Um tit kundu sent mær fleiri kristnar faldarar, hevði tað verið sera gott. Eg vóni, at tað ber til hjá tykkum. Kuo frá Innara Mongolia. Góði vertur Friður frá Harranum! Má Guds kærleiki fylla tykkara heim. Eg sendi eina heilsan til allar brøður og systrar í tykkara kirkjum. Gott nýggjár! Hvussu yndisligir eru føtur teirra, sum boða gleðiboðskapin um hitt góða! Teirra bikar skal flóta yvir! Má Harrin brúka tykkum sum amboð til, at veking kemur inn yvir Kina, so milliónir av landsmonnum mínum koma til Gud. Má Gud gera okkum amboð, so vit líkjast Jóhannes doyparan, sum vitnaði um Harran! Góðu tit, komið til landnyrðingspartin av Kina, tá tit hava møguleika til tess. Vælkomin skulu tit vera í okkara kirkju. Tit og øll tykkara familja. Heilsan Lee úr Liaoning, Kina. 8 Nr. 8 des. 2011 64. árið

Góði vertur Eg eigi einki sjónvarp. So dóttir mín keypti mær eitt lítið útvarp, tí hon stúrdi fyri, at eg kendi meg ov einsamalla. Seinastu tvey kvøldni havi eg lurtað eftir tykkara sending um Bíbliuna. Eg ynski mær eina Bíbliu - kunnu tit senda mær eina? Eg ynski at lesa í Bíbliuni og læra. Er tað nakað eg skal gera? Sigið frá, um tað er so. Heilsan Yang úr Shanxi, Kina. Góði vertur Eg eri komin til trúgv fyri stuttari tíð síðani. Foreldur míni liva ikki longur. Eldra systir mín bjóðaði mær við í eina kristna kirkju, og mær dámar væl at lurta eftir tykkara sendingum. Brøður og systrar í samkomuni stuðla mær sera væl og geva mær stóra gleði. Eg blívi ofta rørdur og gráti, tá eg lurti eftir tykkara sendingum, so eg prísi Gudi og takki fyri hansara náði alla tíðina. Eg eri byrjaður at vaksa andaliga, tí eg lesi og hoyri Guds kærleiksfullu orð í Bíbliuni. Eg vóni og biði um, at systir mín, sum er sjúk, má koma til umvendingar, so hon kann fáa fyrigeving fyri syndina og prísa Jesusi sum sínum frelsara. Eisini biði eg um, at fleiri í familjuni mugu koma til trúgv, blíva frelst og læra Gud at kenna - og at tey mugu fáa styrki til at játta trúnna alment. Heilsan Chen úr Beijing, Kina. fáa tykkara sendingar og prædikur á fløgum. Kunnu tit vinarliga senda mær eitt eintak? So kann eg lurta saman við brøðrum og systrum mínum. Tað eru yvir 40.000 arbeiðsfólk á virkinum har eg arbeiði, men bert umleið 100 trúgva á Jesus. Vit hava fimm bólkar av trúgvandi, sum hittast. Vit vilja fegin lurta eftir talum frá tykkara fløgum og vit trúgva, at hetta kann vera við til at uppbyggja kirkjuna. Heilsan systir Liu frá Herbei, Kina. Góði vertur Hvussu gongur? Eg eri ein húsmóður úr Yonchou. Eg lurti eftir tykkara sendigum hvønn dag. Eg havi bert gingið fá ár í skúla, men er tað nóg mikið til, at eg kann gerast kristin? Vil Harrin góðtaka meg sum sín lærusvein? Um svarið er ja, vilja tit so ikki læra meg at biðja? Hvussu skal eg byrja og enda bønina? Ongin kirkja og ongin Bíblia er í tí økinum, sum eg búgvi í. Frá einari systur í Hunan, Kina. Góði vertur Eg havi verið doyptur í meir enn eitt ár. Mær dámar sera væl tykkara sendingar. Tykkara prædikur eru klárar og áhugaverdar. Sendingarnar Kvinnur í Bíbliuni og Jóhannesar Evangelium týða nógv fyri meg. Eg havi ikki orð fyri, hvussu takksamur eg eri fyri, at eg kann lurta eftir tykkara sendingum og at tit boða um tann livandi Gud fyri mær. Takk Gud fyri, at hann gevur tykkum styrki at tæna. Vinarliga heilsan frá Kuo í Shangdong, Kina. Góði vertur Mær dámar væl at prædika Guds orð og eg havi lurtað eftir tykkara sendingum í meir enn 10 ár. Í mai hoyrdi eg, at tað ber til at 9

Vao-Maria Ránsmenn rana Vao-Mariu og Ibotsy Ein sonn frásøgn frá Madagaskar. Trúboðarin og berarar hansara stríddu seg fram gjøgnum tann tronga og trølsliga dalin, sum Matsiatraáin frá tíðarinnar morgni hevði grivið gjøgnum fjøllini á veg til Midongo slættlendið. Vegurin inn gjøgnum dalin var smalur og grýtutur. Í støðum var næstan ikki framkomandi og sólin bakaði frá klárum himni. Trúboðarin suffaði og hugsaði um øll tey ólukkuligu menniskju, sum á hesum vegi vóru tikin av ránsmonnum fyri at enda sum trælir langt burturi heiman-ífrá. Tað var ikki so løgið, at hesin dalur varð kallaður dalur teirra grátandi. Tað leið á kvøldið og teir vóru móðir og svangir; men enn var onki hús at síggja, har teir kundu fáa innivist fyri náttina. Alt í einum hoyra teir sang oman frá fjallalíðini - ein undursaman sang: Jeg går i fare, hvor jeg går, men Gud vil mig bevare Ein smøl rás gongur niðan brekkuna og nærri teir koma, hoyrist sangurin enn týðiligari. Jeg går blandt engle, hvor jeg går de vil mig vel bevare. Slet intet fjendens hær formår med Himlens engleskare. Hugsa sær at vera boðin vælkomin við einum slíkum sangi, herúti í óbygdum. Hendan røddin - so ljómmikil, klár og hjartalig. Hugtiknir steðga teir á og lurta. Jeg går med Jesus, hvor jeg går hann vandrer ved min side. Han købte dyrt med blod og sår min bryllupsdragt, den hvide. Hvaðani kemur sangurin? Enn hava teir ikki sæð nakað menniskja, og meðan teir halda 10 Nr. 8 des. 2011 64. árið

fram at ganga, hoyra teir síðsta ørindi. Jeg går til Himlen, hvor jeg går jeg skal hos Jesus være. Og når jeg frelst derhjemme står, jeg synger til Guds ære. Knappliga síggja teir eina unga gentu, sum situr á einum steini inni í skóginum. Teir koma nærri. Er nøkur bygd her nærhendis? spyr trúboðarin. Nei, her býr ongin uttan vit, men nú skal eg vísa tykkum veg, svarar hon og loypur niður av steininum. Teir koma til eina strásmáttu. Trúboðarin gerst bilsin, tá hann ber kenslu á mannin, ið situr uttanfyri smáttuna. Hann er kristin. Fyri mongum árum síðani búði hann á eini missiónsstøð. Hann hevur verið hart royndur. Bæði børnini vóru burturførd av ránsmonnum - sjálvan jóladag. Trúboðarin heilsar manninum, sum sær so glaður og vælhyrdyr út. Er tú komin gjøgnum sorgina? spyr hann undrandi. Ja, Gud havi lov. Eg havi fingið bæði børnini aftur í øllum góðum. Hann peikar á gentuna, sum hevur víst teimum veg og á ein hálvvaksnan drong, sum júst kemur út úr smáttuni. So tú ert Vao-Maria? sigur trúboðarin og tekur fast í hondina á henni. Sum tú syngur væl. Og tú ert Ibotsy! sigur hann og heilsar dronginum. Tú ert vaksin nógv, síðani vit sóust seinast. Løtu seinni setast teir niður at hvíla. Meðan nátturði verður tilgjørdur, verður nógv tosað og trúboðarin hoyrir um alt tað, sum børnini hava verið ígjøgnum og hvussu einglar Guds hava ført tey heimaftur, sum pápi teirra segði. Her er frásøgn teirra: Vao-Maria búði saman við foreldrunum og lítla beiggjanum í einari bygd nær við missiónsstøðina. Hetta var fyrsta jóladag, og kirkjuklokkurnar ringdu til jólagudstænastu. Øll í bygdini fóru í kirkju, bæði stór og smá. Men Vao-Maria mátti vera heima hjá beiggjanum, sum ikki kendi seg væl. Hon var gløgg genta og dugdi væl í skúlanum. Tíðliga hevði hon sett sær fyri, at hon vildi vera ein kristin. Í dópinum hevði hon fingið hetta vakra navnið, sum merkir tann nýggja Maria. Skulu vit ikki lesa í Bíbliuni, líka sum teir gera í kirkjuni? sprudi Vao-Maria. Hetta helt Ibotsy vera eitt gott hugskot. Hon tók fram Bíbliu og sangbók og tey settu seg á eina máttu uttanfyri. Vao-Maria átti eina vakra mynd av Jesu føðing, sum hon hevði fingið í premiu í sunnudagsskúlanum. Hana hongdi hun upp á veggin. So las hon jólaevangeliið og sang síðani við klárari rødd: Eitt barn er føtt í Betlehem. Ímeðan høvdu tveir ránsmenn úr Sakalava-ættarbólkinum sníkt seg inn í ta fólkatómu bygdina fyri at stjala. Tá ið tey sóu hesi bæði børnini, tóku teir bæði tvey og fóru avstað við teimum. Tey róptu og grótu, men onki hjálpti. Ránsmenninir bara flentu at teimum. Tá ið mamman og pápin komu aftur úr kirkju, var ongin heima. Bíblian og sálmabókin lógu niðurtraðkaðar í einum runudíki. Eitt petti av kjólanum hjá Vao- Mariu hekk á einari grein. Týðilig fótaspor bendu á, at ein vanlukka hevði rakt børn teirra. Tað var ikki óvanligt, at ránsmannalið herjaðu um hesa tíðina. Ikki nyttaði at jagstra teir. Tey grótu av sorg og hugsaðu bara um børnini, men tey bóðu eisini til Gud sum ongantíð áður. Tey bóðu um, at Gud mátti hjálpa teimum í neyð teirra og bjarga teimum frá ránsmonnunum. Í meðan máttu børnini renna frammanfyri ránsmonnunum alt tey orkaðu. Sjálvt Ibotsy sum var sjúkur, mátti fylgja við. Allan fyrsta jóladag gingu tey uttan at fáa nakað at eta ella drekka. Tá ið tey nærkaðust Matsiatradalinum visti Vao-Maria, at tey ikki høvdu nakra vón um at síggja foreldrini aftur. Tá grótu tey bæði og lítli Ibotsy megnaði ikki at ganga longur, men var liggjandi á vegnum. Annar ránsmaðurin hevði spjótið á lofti, men Vao-Maria leyp til fyri at bjarga beiggjanum. Eg skal bera hann allan vegin! lovaði hon, sjálvt um hon var so móð, at hon var um at detta. Men kærleikin til beiggjan gav henni nýggja megi. Meðan hon stríddi seg fram við tungu byrðuni, kom hon at hugsa um ein sang, sum hon hevði lært í sunnudagsskúlanum. Sjálvt um hon ikki orkaði at syngja hann, komu orðini til hennara við styrki og hjálp: Jeg går i fare, hvor jeg går, men Gud vil mig bevare! 11

Ja, sjálvt um tað ringasta skuldi hent, var hon kortini trygg. Jeg går til Himlen, hvor jeg går, - jeg skal hos Jesus være. Men nú orkaði hon ikki meira. Hon var um at hokna niður, meðan hon strevaði seg fram. Tá hendi tað, at ránsmenninir blivu ósamdir og fóru at skeldast. Teir tóku hvør sín fanga og fóru hvør sín veg. Ikki var tíð at siga farvæl. Tað neit Vao-Mariu í hjartað, at hoyra Ibotsy gráta og vena seg, tá hann varð burturfluttur. Men júst hetta var hansara bjarging. Ránsmaðurin búsettist í einari bygd har í nánd. Tá ið franskmenninir stutt eftir tóku ræðið á Madagaskar, valdaði lóg og landaskil. Allir trælir vóru latnir leysir og kundu fara heim. Av somu orsøk kom Ibotsy rættiliga skjótt heimaftur til foreldrini. Guds vegir eru órannskakandi. Vao-Maria varð flutt nógv longur burtur. Tey gingu í dagavís, bæði suður og vestureftir. Hon helt at ferðin tók ongan enda. At enda komu tey til vesturstrondina á Madagaskar. Her endaði ferðin og her skuldi Vao-Maria verða trælkona restina av lívinum. Kortini hevði hon tað ikki so ringt. Hon fekk nóg mikið at eta. At arbeiða var hon jú von við. So við og við fekk hon nógvar vinir. Fólk vildu fegin hoyra hana syngja og børnini flokkaðust um hana, fyri at hoyra hana siga frá søgum úr Bíbliuni. Hon royndi eisini at læra tey at lesa og skriva, tá tey um kvøldið sótu uttanfyri húsini og hvíldu seg. Tey gomlu í bygdini hildu hetta var gandur og bóðu hana halda uppat við hasum skúlanum. Ein dagin komu snarboð, at teir fronsku herðmenninir nærkaðust. Í skundi flýddi fólk úr bygdini fyri at bjarga fenaði og trælum og sínum egna lívi. Í øllum ruðuleikanum sá Vao-Maria sær løgir at flýggja inn í skógin. Hon rann tann vegin, sum hon visti, at teir fronsku soldatarnir vóru. Tveir dagar seinni kom hon fram, svong og móð. Stutt eftir fór hon norðureftir saman við fleiri øðrum leyslatnum trælum. Hon gleddi seg til at koma heim, men hon hugsaði nógv um Ibotsy. Bara hann hevði verið har. Mundi hann vera á lívi, hennara kæri lítlibeiggi? Tey gingu áhaldandi. Øll tey hon fylgdist við vóru vaksin og tey brýggjaðu seg ikki um hana. Kortini hevði hon gott mót, tí Jesus var hjá henni. Til endans kundi hon ikki fylgja við longur. Hon var sár og eym í fótunum. Hon setti seg niður á vegjaðaranum og lat hini fara víðari. Ein maður kom fram á hana og tók hana heim við sær, so hon kundi hvíla seg og fáa okkurt at eta. Tá hon hevði verið har í tveir dagar, vildi hon avstað aftur. Heim! Heim! Hon var overfegin. Um nakrar dagar var hon heima! Dagin eftir kom hon til tann tronga Matsiatra-dalin. Hon mintist við sorg, hvussu illa Ibotsy græt, tá ið tey skiltust her. Hon ynskti bara, at hann hevði verið á veg heim við henni nú. Um kvøldið legði hon seg at sova aftanfyri ein stóran stein. Hon var bæði køld og svong. Morgunin eftir var hon so stív av kulda, at hon næstan ikki kundi røra seg. Skuldi hon doyggja her í skóginum so nær húsininum? Jeg går blandt engle, hvor jeg går! Jeg går med Jesus, hvor jeg går! Hesin sangurin hevði fylgt henni hvønn dag á hesi longu ferð - ja, frelst hana gjøgnum hesa truplu tíð. Jesus hevði hjálpt henni alla tíðina. Einglar Guds høvdu fylgt henni og varðveitt hana í neyð og vanda. Kundu teir ikki eisini geva henni okkurt at eta nú? Longri frammi sá hon royk. Hetta gav henni nýggja vón, so hon helt á at ganga. Framkomin hitti hon nøkur ferðafólk, sum høvdu kynt eitt bál. Teir kókaðu rís og góðu henni, so hun kundi eta seg metta. Nei, einglarnir vóru ikki farnir frá henni. Hon takkaði hjartaliga fyri matin og fór so víðari. Móti kvøldið nærkaðist hon heimbygdini. Hevði hon ikki verið so móð og svong, kundi hon skjótt verið heima. Men nú mátti hon liggja nátt í eini smáttu ikki langt heimanífrá. Næsta morgun hevur hon nógan febur, og tá hon 12 Nr. 8 des. 2011 64. árið

hoyrdi eina kirkjuklokku ringja, helt hon at hon var komin í himmalin. Nú vóru boð send eftir foreldrunum og skjótt vóru tey á veg eftir henni við einum beristóli. Ibotsy rann frammanfyri so skjótt hann kundi. Ibotsy teksaði Vao-Maria glað, tá hon sá beiggjan. Nú skilti hon, at hon ikki var í himlinum, men at hon skuldi vera saman við sínum kæru eina tíð enn. Vao-Maria kemur heim Ein stór gleði var tað at síggja foreldrini aftur. Nú varð hon lyft upp í beristólin og borin heim tað síðsta strekkið - næstan sum ein prinsessa. Gott var at koma í tað kenda umhvørvið, sum hon so ofta hevði longst eftir. Um kvøldið komu vinir og grannar at vitja. Saman takkaðu tey Gudi. Hann sum hoyrir bønir og er Faðir hina faðirleysu og hjálpari. Til seinast sungu vit sangin hjá Vao-Mariu: Jeg går til Himlen, hvor jeg går! Johannes Einrem Lea Juul týddi. 13

BARNASÍÐAN Petra Gregersen Vísmenn Í evangeliinum eftir Matteusi í 2. kapitli frá ørindi 1-12 lesa vit um vísmenninar. Har stendur, at teir komu úr Eysturlondum til Jerúsalems at leita eftir Jesus barninum, og at ein stjørna vísti teimum vegin. Vit kunnu spyrja, hvussu tað ber til, at hesir vísmenninir komu heilt úr Eysturlondum at leita eftir Jesusi. Um teir komu heilt úr Eysturlondum, kanska úr Bábylon, so hava teir óivað ikki verið jødar, og hvussu ber tað so til, at teir fara at leita eftir Jesusi? Hetta kunnu vit bert gita um, tí ísraelsfólk livdi í 70 ár í Bábylon frá ár 587 fyri Jesu føðing, og fólkið hevur ivaleyst sagt bábilónarunum frá um kongin, ið Guð hevði lovað teimum, og tí hevur frásøgnin verið fortald munni av munni eisini fyri teimum yngru ættarliðunum. Hesir vísu menninir hava so kanska kent frásøgnina og bíðað eftir, at ein stjørna fór at vísa teimum vegin til Jesus. Í Bíbliuni hoyra vit ikki so nógv um vísmenninar, og tað er ivaleyst eisini orsøkin til, at nógv hevur verið gitt um teir. Ofta hava vit hoyrt frásøgnina um, at teir vóru tríggir í tali, men tað stendur tað onki um hjá Matteusi. Har stendur bert, at tað komu nakrir vísmenn til Jerusalems úr Eysturlondum. Orsøkin til, at gitt hevur verið, at teir vóru tríggir í tali, er kanska, at teir góvu Jesusi tríggjar gávur. Vísmenninir verða eisini kallaðir kongar, og kemst tað ivaleyst av, at Esaja nevnir kongar í kapitli 60, ørindi 3. Haraftrat hevur onkur eisini givið vísmonnunum nøvnini Kaspar, Melchior og Balthasar. Í Matteusi lesa vit eisini, at vísmenninir trúðu fult og fast uppá, at stjørnan var eitt tekin um, at ein kongur varð føddur, tí tá ið teir komu á tal við Heródes, spurdu teir ikki, um tað var satt, at ein kongur varð føddur, men ístaðin, hvar hann var, tí teir ætlaðu at tilbiðja hann. Heródes fekk hjálp frá høvuðsprestum og skriftlærdum fyri at finna útav, hvar Jesus skuldi verða føddur. Teir kundu lesa um tað hjá Mika profeti, men annars sá tað ikki út til at siga teimum so nógv, tí vit hoyra onki um, at teir saman við vísmonnunum fóru at leita eftir Jesusi. Vísmenninir halda so fram á ferðini eftir stjørnuni, men teir eru á ferð eina tíð aftaná, at Jesus er føddur, tí teir fara ikki inn í fjósið at tilbiðja barnið, men inn í eini hús, stendur tað hjá Matteusi. Ørindi 16 týðir eisini uppá, at teir vitja barnið seinni enn t.d. hirðarnir, tí tá ið teir fara heimaftur uttan at seta seg í samband við Heródes, letur Heródes øll dreingjabørn undir 2 ár drepa, tí eftir tí, sum vísmenninir hava sagt, metir hann, at barnið man vera eitt ella tvey ára gamalt. Vísmenninir tilbóðu Jesus og góvu honum gávur. Eisini í dag kunnu vit menniskju tilbiðja Jesus og geva honum okkara hjarta. 14 Nr. 8 des. 2011 64. árið

BARNASÍÐAN Niðanfyri síggja tit eina labyrint av einum vísmanni. Finnið vegin oman gjøgnum labyrintina 15

Loysn Umbróting: Brandur Petersen Prent: Estra Ábyrgd: Silas K.K. Olofson Útgevari: Kirkjuliga Missiónsfelagið Undir Klakki 39 FO-700 Klaksvík Tlf.: 286968 T-postur: kmf@kmf.fo Heimasíða: www.kmf.fo Konta: 9181-495.337.3 Kirkjuligt Missiónsblað kemur út 8 ferðir um árið ( feb, mar, mai, jun, aug, sep, nov, og des) Haldaragjald: kr. 150,- 16 Nr. 8 des. 2011 64. árið